Issuu on Google+

Síðsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu verður lagt fram í bygdahúsinum í Leirvík sunnudagin 23. mars kl. 15.00 Down syndromdagurin 21. mars 2014

- lokala røddin síðani 1915

Altjóða Down syndromdagur verður hildin 21. mars í Runavík

NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

FISKISK APURIN HIGARTIL Í ÁR

KÓPAKONAN SK AL PASSA INN Í L ANDSL AGIÐ

772245 065007

VÍKINGA LIÐSKIPARIN VÆNTAR SPENNANDI DYST

9

”LÍVSST YKKIÐ HER Í HÚSINUM”


2

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

”LÍVSST YKKIÐ HER Í HÚSINUM” Altjóða Down Syndrom dagur er ídag fríggjadagin. Sum sæst aðrastaðni, so verður gjørt burturúr degnum í Løkshøll og Skótahøllini við Løkin. Í Klaksvík eru eisini børn við Down Syndromi. Rógvi og Anna Maria Joensen høvdu eina dóttur við hesum fyribrigdinum og Anna Maria hevur síðani verið ímyndin av foreldrum at slíkum børnum í Klaksvík. Tí settu vit okkum í samband við Onnu Mariu at fáa ávísing á onkran her at siga okkum eitt sindur um børn við Down Syndromi. Hon vísti á Lindu og Frimodt Rasmussen. Linda var bæði fyrikomandi og blíð tá vit ring-

du, men hon treytaði, sær at sleppa at leggja tað fyri mann sín, Frimodt, áðrenn hon segði ja til eina samtalu í Norðlýsinum. Hetta var týsdagin, eg segði Lindu,

at hetta skuldi í blaðið ídag, tí Down Syndrom dagurin verður fyriskipaður ídag, og hetta hevði við sær, at vit máttu bera skjótt at, tí evstamark fyri blaðnum

var longu dagin eftir mikudagin. Týskvøldið ringdi Linda aftur og segði, at tey heldur enn fegin vildu gera eina samrøðu við okkum. Vit

avtalaðu mikudagin seinnapartin. --Undir Fossum 69 í teirra

egna heimi, tóku Linda og Frimodt, saman við lítlu Ingunn ímóti mær. Ingunn situr í einu fittum stóli í stovuni og hyggur at sjónvarpi og er bert eitt lítið


3

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

sindur smæðin tá eg byrjið at taka myndir. Hon hevur tó hug at smílast, men er ikki heilt álvulig við hendan svarta gamla mannin, sum inn er komin. Linda hevur dekkað borð í køkinum og tá vit sessast har og byrja at práta, byrjar eisini Ingunn at kenna seg betur.

og hon er eitt lívsstykki her í húsinum. Ein trupulleiki hjá børnum við Down Syndromi er ofta hjarta, men tað hevur ikki bila Ingunn, hon er nú skjótt fýra ára gomul og hevur ikki havt nakrar fylgissjúkur. Tá eg spyrjið um Ingunn fyllir nógv hjá teimum í dagligdegnum, sigur Linda, at sjálvandi fyllir hon nógv, børn fylla nógv. Hon er ein eftirnølari og tað er bæði strævi og gevandi. Vit hava tað ótrúliga gott saman, og hon er mittpunktið eisini hjá hinum systkjunum. Tú kanst ikki lata vera við at hugsa hvussu lívið hjá henni frammeftir kemur at lagað seg, men vit vóna, at hon fer at fáa eitt lív í nøgdsemi og vit fara sjálvandi at gera alt okkara fyri at stuðlað henni á vegnum inn í vaksnamannalívið.

--Eg má viðganga, at eg var rættuliga kedd, tá eg fekk at vita, at nýfødda dóttur okkara hevði Down Syndrom. Eg minnist at beint eftir at hon var fødd, bleiv hon blá og virkaði sum hon ikki fekk luft, har komu læknar og sjúkrasystrar at taka sær av henni. Ingunn varð løgd í kuvøsu og ikki fyrr enn seinni kom hon inn aftur til mín Frimodt sigur at tey bæði hildu at alt var, sum vanligt, tí vit sóu ikki nakran mun á henni og hinum børnunum sum vit áttu frammanundan. Vit eiga fýra børn frammanundan, Olivia, sum nú er 21, Grímur, sum er 20, Sámal 17, Lena 12 og so Ingunn, sum nú er 3 og fyllir 4 ár 21. Apríl. Eg má siga, at læknin, Elmar Ósá, dugdi sera væl at siga okkum, at barn okkara hevði Down Syndrom, sigur Frimodt. Ja, sigur Linda hann var ógvuliga lagaligur. Men, eftir at hann hevði sagt hvussu

---

vorðið var, minnist eg at eg fór yvir at vindeyganum á Landssjúkrahúsinum og hugdi yvir á Nólsoynna, og tað var sum alt datt sundur hjá mær, greiður Linda frá við tár í eygunum. Tað fyrsta sum kom til mín, ímeðan eg standi har eru orðini úr salminum: Lít allar tínar leiðir Og tína hjartasorg Í hendur hans, sum eigur Ta blonku stjørnuborg! Hann trygt á byl-

gjum gongur Hann stormin hótta kann – Sál, trúgv og stúr ei longur, Tin veg væl finnur hann Eg segði við Gud mín: Veitst tú nú hvat, hetta er meira enn eg klári at bera, eg kasti alt hetta á teg, sum eg lítið alt annað á. Í slíkari stund kennir tú teg ómetaliga lítlan og maktarleystan. Men, stúrið ongum fyri. Harrin hevur hjálpt okkum ótrúligt á vegnum.

Tá vit nú hyggja afturá, so eru vit glað, ikki minst fyri okkara Ingunn, sum er hon vit øll tjúkla um í dagligdegnum. Tá eg gekk við Ingunn, vitstu vit ikki at hon hevði Down Syndrom. Men, siga bæði Linda og Frimodt, vit høvdu ikki valt øðrvísi, um vit fingu tað at vita áðrenn føðingina. Vit høvdu als ikki kunna liva við at valt hana frá. Eg má siga, sigur Frimodt, Ingunn

hevur fingið meg at sæð heilt annarleiðis upp á lívið, hon hevur latið upp ein heilan nýggjan heim fyri mær. Ja, vit hava ikki somu áskoðan á lívið, sum vit høvdu frammanundan og vit eru sera takksom fyri Ingunn. Hon virkar væl í dagligdegnum. Hon er menningartarnað, ja, men hon kemur seg væl, hon hevur eitt ótrúligt minni, henni dámar sera væl tónleik

Tá eg fór avstað, og Frimodt, Linda og Ingunn fylgdu mær út í gongina, kom rættuligt lív í Ingunn, hon hevði einki ímóti at tvætla við mær og kom útum saman við mær og lat hurðina aftur fyri foreldrunum. Vit stóðu uttanfyri í regninum hon skemtaðist og smíltist, ímeðan eg tók myndir – Ingunn vann eisini mín tokka, tað stuttu stund eg vitjaði. Oliver


4

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

JÓGVAN HÁFJALL TEKNAR

Í vikuni var Jógvan Háfjall inni á gólvinum á Norðlýsinum við nøkrum skipatekningum. Vit hava valt at brúka nakrar í bløðunum frameftir. Um onkur hevur hug á tekningunum hjá Jógvani, so er at seta seg í samband við hann á tlf. 595217.

Skálaberg Avmyndaður er her Skálaberg (2) hjá Kjølbrofyritøkuni. ”Hetta stásiliga skip kom á Klaksvík 22. Desember í 1956. Hetta far var tá flaggskipið í føroyska fiskiflotanum. Skipið lastaði 550 tons av saltfiski, umframt var kuldagoymsla uppá 30 rúmetrar, til fisk, sum bleiv snarfrystur við 28 kuldastigum og umframt tað, hevði hann eitt kuldarúm uppá 10 rúmmetrar til proviant. Tað sum hesa ferð vakti mest áhuga manna millum var, at skipið kundi stýra beina kós, uttan at nakar maður nam vi róðrið. …sjálvt tær fremstu fiskitjóðir áttu ikki tá betri far ella betur útgjørt við tíðarhóskandi greiðum”, verður sagt í ”Havið og Vit I” hjá J. S. Hansen, um Skálaberg.

SKRIVS TOVUFÓLK IRF søkir við hesum eftir avloysara fyri skrivstovufólk. Talan er um avloysarastarv frá 1. mai 2014 til 31. mars 2015 Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: • debitorrøkt • annað skrivstovuarbeiði • telefonavgreiðslu Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, og er tað tí neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi-, rokni-, og telduarbeiði. Kunnleiki til Microsoft Dynamics NAV 2009 er ein fyrimunur. Lønin verður ásett eftir avtalu.

Limagjøldini Brøvini um tað árliga limagjaldi hjá hvílandi limunum, eru send út. Um ein ikki hevur móttikið limagjaldsbræv, ella um onkur ynskir at gerast limur í felagnum, so er ein vælkomin at skriva teldupost til ki@ki.fo ella

ringja til Samskiparan (Hans Jacob Heinesen) á tlf. nr. 281904. Peningurin verður fer allur til tað stóra ungdómsarbeiðið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Hevur tú hollar royndir innan bókhalds-, roknskapar- og fíggjaryrkið og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja. Nærri fæst at vita við at tosa við Hallgerð Lervig, tlf. 414243. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum verður at senda til: IRF, Víkarvegur 107, FO-520 Leirvík ella til irf@irf.fo

Í seinasta lagi týsdagin 8. apríl 2014 Víkarvegur 107 FO-520 Leirvík tel. 41 42 43 irf@irf.fo


5

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

L E I Ð A R I N

Maktfaktor,og hvat so? Seinastu tíðina eru pensionistarnir rættiliga settir í fokus. Teir verða dagliga viðgjørdir í kringvarpi, skrivaðu pressuni og net- miðlunum. Løgtingsfólk vátta við hondini á hjarta, at tey vilja teimum gomlu alt tað besta, men politikarum líkt er tað so ymiskt, hvussu “tað besta” verður tulkað. Hugtakandi at hoyra eldri megnarkvinnu, uppvaksin í stórum barnaflokki, virðismeta sín uppvøkstur og í takklæti undrast á, at foreldrini høvdu havt ráð at lata øll børnini lesa og útbúgva seg, tí tá var eingin almenn hjálp ella studningur. Sjálv er hon nú pensionerað sjúkrasystir og fyrrverandi kommunalpolitikari. Tá ið eini hús skuldu finnast til pensionistar í Havn, og politikarar m.a. leitaðu sær ráð í Íslandi, góvu íslendingar tey hyggjuráðini at tey skuldu velja tað besta, tí at tey gomlu “hava uppiborið tað besta av tí besta”. Sjálv vildi hon hava gamla tekniska skúla í Havn, meðan onnur søgdu nei. Tíbetur vann hon, og tey gomlu í Havn fingu eisini tey bestu húsini til endamálið. Tað eru tey glað fyri, og vilja tey ikki av aftur við húsini. Ein onnur, minni kend kvinna, helst úr dagsins modernaða, unga ættarliði, hevur sum skilst í eina tíð sitið í vinnumálaráðnum. Hon skal burturav hava arbeitt við einari vakstrarætlan fyri landið, og barslaði síðani við tí, onkur nevndi “eitt neyðaregg” av einum áliti herfyri. Føroya land varð í hesum áliti reduserað til mest sum bert at umfata høvuðsstaðin. Fyri at skapa vøkstur sýntist ráðini vera at geva ungfólki pengar frá tí almenna fyri einki at gera, bjóða bíligar íbúðir til ungfólk og lesandi, sum vildu flyta heimaftur til Havnar, og lova lesandi føroyingum í útlondum inn í ALS uttan um galdandi reglur, soleiðis at tey kundu vera nærri uppá, meðan tey leitaðu sær eftir rætta arbeiðinum. Havast skal í huga, at tey gomlu hava sjálvi, í strævna arbeiðslívi sínum, goldið til sína fólkapensión. Nøkur harafturat eina persónliga pensión gjøgnum fakfelag ella privat. Samhaldsfasta hava somuleiðis øll goldið. Hetta er peningur, vit øll eiga og hava rætt til, tá vit verða pensionistar.

Málningar ynskjast til keyps Leita verður eftur málningum av m.a. Hans Jacob Glerfoss, Ruth Smith, William Heinesen og Ingálv av Reyni. Um áhugi er at fáa boð uppá málningin, so skal mynd av málninginum sendast til: vlb@vlb.fo

Brúdleyp

Byggiloyvi

Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer:

Tekningar til: • Nýbygging • Uppíbygging • Broyting av innrætting

Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á 512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: rn050714@gmail.com. Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.

Magni E. Dalsgaard Arkitektur AF Tel. 216369

Norðoya Javnaðarfelag hevur aðalfund í Spaniastovu fríggjakvøldið tann 21. mars. kl. 19.00 Áftaná verður kvøldseta við framløgum og tónleiki. Norðoya Javnaðarfelag

HANDILSFÓLK Á SØ LUSKEIÐ HJÁ NORÐOYA SPARIK ASSA

Umrødda “modernaða” kvinna hevur eftir øllum at døma fingið tað geniala hugskot, eins og einstakir aðrir forkelaðir akademikarar, at tey gomlu hava pengar, sum tey ikki hava brúk fyri. Teirra pengar høvdu komið væl við í “hennara koncepti”. Sagt verður, at hon hevur hildið fyrilestrar í Havn og gjørt eitt ávíst lobbyarbeiði fyri sínum genialiteti, ið lítið annað byggir á, enn so ella so at skaffa pengar til ungfólk í Havn. Forvitnisligt at samanbera “álitisfólk” fyrr og nú. Hin fyrra uppvaksin í smáum korum, nøgd, takksom við tilveruna, har hon við sparsemi, ídni og nærlagni vann seg fram í álitissessir í samfelagnum. Hin seinna kanska hjálpt og stuðla frá barnsbeini, og sum lesandi hjálpt við almennum studningi, helst uttan nakrantíð at geva sær far um, hvar pengar í veruleikanum koma frá og lítið medvit um ognarviðurskifti. Lítið av nøgdsemi og takklæti er hóast tað at hóma. Fyrilesturin á Østrøm endaði við einum salutti, har hon heitti á landspolitikarar um at minnast til, at pensiónistar nú, teir eru so nógvir í tali, eru ein maktfaktor í samfelagnum. Hon væntaði tí, at politikarar fóru at koma undir trýst og heitti tí á teir allar um ikki at lata seg freista til at nýta pengar uppá pensionistar, sjálvt um teir eru nógvir í tali. Sum skilst, eru meiningarnar ymiskar, nú løgtingið skal taka avgerð um framtíðar fólkapensiónir, men politikarar hava, eins og veljarin, ymiskt at velja ímillum, tá avgerð skal takast.

Norðoya Sparikassi hevur 95-ára stovningardag tann 24. september 2014. Í hesum sambandi hevur sparikassin ymisk tiltøk gjøgnum árið. Eitt av hesum var eitt skeið fyri handlunum í Klaksvík við heitinum Sølusálarfrøði, miðvíst kundasamskifti í Klaksvík – og tey góðu felags málini.

Carsten Lund Madsen, ráðgevi hjá TACK International í Danmark, var skeiðshaldari. Skeiðið skuldi upprunaliga verða í Gamla Seglhúsinum men av tí at undirtøkan var so stór var skeiði flutt út á Sjónám. Skeiði byrjaði kl. 9 fríggjamorgunin og endaði við

døgurða og ymiskum undirhaldi í Spaniastovu fríggjakvøldið. Sí myndir frá degnum á www.nordlysid.fo


6

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

VÍKINGA LIÐSKIPARIN VÆNTAR SPENNANDI DYST Trýst er á okkum eftir tapið móti AB, meðan KÍ á heimavølli eru favorittar eftir sigurin í Fuglafirði, sigur Atli Gregersen við Norðlýsið. Jákup Ósá Seinasta vikuskiftið var 1.umfar í Effodeildini leikt. Víkingur tapti 2-0 móti AB í Norðragøtu, meðan KÍ vann 3-1 í Fuglafirði móti ÍF. Kanska tey bæði mest óvæntaðu úrslitini, tí bæði Víkingur og ÍF vóru sambært veddingar fyritøkum favorittar. Taptu móti AB Atli Gregersen er liðskipari hjá Víkingi og hann greiðir soleiðis frá um teirra dyst í 1. umfarinum. - Vit eru ikki orduliga komnir yvir tapið. Hatta var ein keðiligur máti at

tapa uppá. Tað eru tveir deyðbóltar, sum koma ímóti okkum, og tað skal ikki henda. Annars eru nógvar umberingar til handan dystin, sum vit ikki fáa brúkt til nógv. Vit fáa eitt reytt kort tíðliga og nógvi vindurin ger, at tað ikki blívur lætt at spæla. Tað ávirkar okkara beinleiðis spæl. Men annars haldi eg, at vit eru betri enn teir eftir reyða kortið. Teir pakka seg niður og vit finna ikki uppskrift-

ina at opna verjupartin hjá teimum upp. Vit halda okkum ikki hava undirmett teir, men kanska var hasin sigurin móti HB nakrar dagar áðrenn ein forðing heldur enn ein fyrimunur. Hjá okkum er tað soleiðis, at vit mugu arbeiða sera hart fyri at standa okkum væl. Tað er mentanin her og hevur altíð verið tað, sigur Atli Gregersen. KÍ vísti styrki í Fuglafirði

Atli Gregersen var í Fuglafirði sunnudagin og sá KÍ vinna 3-1 móti ÍF. - Eg var í Fuglafirði og har sá eg eitt gott KÍ lið. Bæði frameftir og ikki minst í verjupartinum. Tað sá út sum at Jonas og Ndende hava styrkt væl um við sínum royndum. Og kann Meinhardt - sum í fleiri ár hevur verið millum bestu málverjar í landinum, men sum ikki hevði eitt gott kappingarár í fjør – lyfta

seg nøkur prosent, so sær tað gott út og ávirkar alt liðið. Í fjør vóru tað ymisk viðurskiftir sum gjørdu, at KÍ ikki fekk tað burturúr, sum teir áttu. Men nú byrja teir av nýggjum. Eg vónaði, at teir taptu í Fuglafirði, tí so kanska teir hildu seg halda fram frá í fjør, men nú vunnu teir og føla sikkurt, at teir byrja av nýggjum. Og gongdina í fjør kenna Jonas og Ndende einki til. Hinir kunnu so síggja upp til teir og so eisini lyfta seg sjálvar, so eg havi KÍ sum stórfavoritt til dystin sunnudagin, sigur liðskiparin hjá Víkingi. Hví er KÍ favorittur? Men hví skal KÍ vera favorittur, tá Víkingur undan kappingini var FM favorittur saman við HB, spyrja vit. - Hetta sigi eg tí, at KÍ kemur úr Fuglafirði við einum sigri móti silvur vinnarunum seinastu tvey árini, meðan vit hava tapt á heimavølli móti AB, sigur hann. Annars gleðir hann

seg til dystin í Klaksvík. Burtursæð frá í Sarpugerði, so er tað nógv stuttligast at spæla í Klaksvík. Har eru nógvir áskoðarar, og har hava vit ofta staðið okkum væl. Men hesaferð vænti eg, at KÍ kemur blásandi út til dystin, meðan vit hava trýst á okkum eftir tapi móti AB. So tað er lagt upp til ein spennandi dyst, sigur Atli Gregersen. Hann heldur, at HB og EB/Streymur eru størstu favorittarnir til FM stríðið í ár, meðan Víkingur og KÍ liggja beint undir har. Hjá Víkingi hevur Hans Jørgen Djurhuus leikbann komandi tveir dystirnar. Hinvegin hevur Sølvi Vatnhamar vant við alla vikuna, og Hanus Jacobsen er um at blíva heilt klárur. Tá blaðið fór til prentingar var óvist, um dysturin bleiv leiktur leygardagin ella sunnudagin, tí at veðurlíkindini til sunnudagin vóru heldur ivasom.

VÍKINGUR HEVUR Y VIRTAKIÐ Í KL AKSVÍK Hagtøl: Hyggja vit eftir hagtølunum í dystunum millum KÍ og Víking í Klaksvík síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008, so hevur Víkingur yvirtakið.

Víkingur hevur fýra ferðir.

Hagtølini eru hesi: 2013: KÍ-Víkingur 1-2 2012: KÍ-Víkingur 3-3 2011: KÍ-Víkingur 0-1 og 1-4 2009: KÍ-Víkingur 2-2 og 2-0 2008: KÍ-Víkingur 1-2

Liðini hava spælt 7 landskappingar dystir í Klaksvík síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008. Av teimum hevur KÍ bara vunnið tann eina dystin. Tveir eru endaðir við javnleiki, meðan

Jákup Ósá

ATLI, NDENDE OG JONAS Hesir vóru av Bláu Bylgjuni mettir at vera bestu leikarar í fyrsta landskappingardystinum í ár. Eftir hvønn landskappingar og steypadyst velja limirnir hjá Bláu Bylgjuni dagins leikara. Besti leikarin fær 3

vunnið

stig, nr. 2 fær 2 sig og nr. 3 fær 1 stig. Til dystin í Fuglafirði móti ÍF bleiv Atli Danielsen valdur til dagsins leikara. Nummar tvey bleiv Ndende Adama Gueyé og nummar trý bleiv Jonas Flindt Rasmussen. Tá kappingarárið er farið, verður ársins leikari og

ársins stjørnuskot valt útfrá hesi atkvøðugreiðsluni, sum koyrir alt árið. Ársins leikari í 2013 og 2012 bleiv Páll A. Klettskarð. Í 2011 Hjalgrím Elttør pg í 2010 Sørmundur Kalsø, tá hesin heiðurin á fyrsta sinni bleiv valdur.

Jákup Ósá


7

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

KÓPAKONAN

SK AL PASSA INN Í L ANDSL AGIÐ Tað sigur Hans Pauli Olsen, myndahøggari, nú listaverkið um kópakonuna í Mikladali er um at vera liðugt og eftir ætlan verður sett upp á helluna í Mikladali í heyst. Trý ár eru nu gingin síðani hesir tríggir, Oliver Joensen, Olivur Thomsen og Ólavur Samson á fyrsta sinni settu seg saman við tí í hyggju at gera eitt stórt átak fyri ferðavinnuna í Norðoyggjum og ikki minst fyri føroysku ferðavinnuna.

Hans Pauli Olsen Tá menninir aftanfyri Føroya Sjómannadag á hvørjum ári hava sitið og fyrireika Føroya Sjómannadag, hava nógvir ”bóltar” verið kastaðir upp í luftina við møguligum tiltøkum, sum Sjómannadagurin kundi fara undir. Sjálvur Sjómannadagurin ein ein dagur, sum

mong seta sær í kalendaran, eisini føroyingar, ið eru uttanlanda og seinnu árini eru vit eisini vitandi um, at útlendingar hava ferðast hendavegin í august mánaða júst við Føroya Sjómannadegi fyri eyga. Tí varð tosað um, hví vit ikki gjørdu meira burturúr okkara søgu og sag-

num, at siga okkara gestum frá. Ført varð fram at vit í Norðoyggjum áttu nógva søgu og nógvar sagnir at taka av. Tí var hildið at hetta vóru uppløgd evni at gera nakað meira burturúr. Dømi vóru eisini tikin fram frá øðrum londum, ein tann best kenda er kanska søgan um Loch Ness

ódjórið. Hendan søgan er vorðin ein sonn ferðavinnuinntøka fyri Skotland, sjálvt um ódjórið neyvan finnst. Eitt annað, sum er eitt ”must” hjá ferðafólki er lítla havfrúgvin við Longu Linju í Keypmannahavn. Valdu Kalsoynna Úr allari rúgvuni av ”ból-

tum” , ið kastaðir vóru upp, bleiv søgnin um kópakonuna í Mikladali við at spøkja aftur. Greitt var, at hetta var ikki nakað, ið rúm var fyri á árligu fíggjarætlanini hjá Føroya Sjómannadegi, og tí var valt at gera eina nevnd undir Føroya Sjómannadegi, sum burturav skuldi taka sær av hesum tiltakinum. Sum sagt, so eru nú trý ár liðin, síðani vit Oliver Joensen frá Føroya Sjómannadegi, Ólavur Samson við tilknýti til Mikladals og Olivur Thomsen, hálvur mikladalsmaður, settu okkum sum mál at royna at útvega fígging til hetta projektið. Grundgevingarnar fyri at velja Kalsoynna vóru millum annað, at har er sera gott ferðasamband, so gott, at tað nærum ikki kemur fyri at ferjan avlýsir og tað hevur stóran týdning fyri serliga incoming ferðavinnuna. Harafturat, kemur tú í land í Syðradali, lítlari bygd har bert ein familja búleikast alt árið.


8

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

Eitt av fyrstu royndarmodellinum Síðani er góðkendur køkur á Húsum, sum kann standa fyri matgerð til ferðafólk, í Mikladali er nógv forvitnisligt hjá ferðafólki at síggja, ikki minst vakara umhvørvið ið hevur inspirerað fleiri av bestu listafólkum okkara og síðani Trøllanes, við forvitnisliga bygdalagnum, jarnsmiðjuni og ikki minst við Borgaranum og Kalsvík. Vinnumøguleikar Í nýggjari tíð hava vit sæð, at fólk hava ilt við at støðast á smáu oyggjunum í Føroyum, alt fleiri flyta til miðøkið og kanska longur. Ein orsøk er vinnumøguleikar á staðnum og harvið trivnaður. Tí síggja vit fyri okkum, at ein ”ikon”, sum kópakonan kann vera spírin til ein nýggjan ídnað í kalsoynni um bygt verður víðari á søguna. Vit kunnu longu nú staðfesta, at undirtøkan fyri stóru ætlanini um Kópakonuna á helluni í Mikladali er stór. Klaksvíkar Kommuna tók beinanvegin undir við hugskotinum og umframt at játta pening til tiltakið, hevur verið arbeitt miðvíst í Mikladali fram ímóti at standmyndin um kópakonuna skal koma upp at standa. Stóraneyst er undir umvæling, í plantaguni hevur Skógrøkt landsins

saman við staðbundna manninum hjá Klaksvíkar Kommunu og býargartnaranum í Klaksvík gjørt stórarbeiði. Sum eitt áhugavert klípi

hjallurin hjá Magnusi, beiggja Páll Fanga, tað var her, Magnus lat hurðina í hjallinum standa ólæsta um næturnar, soleiðis at friðleysi bróðurin kundi bjarga sær

skýlinum. Hans Pauli Olsen Tað var skjótt at vit funnu fram til listafólkið, ið skuldi standa fyri tilevningini

um og í útlondum. Frá byrjanini tá vit kunnaðu Hans Paula Olsen um ætlan okkara, var hann heilt upp í loft av enthusiasmu. ”Hatta er eitt projekt

pening til átakið ”Kópakonan í Mikladali”. Í samrøðu ídag, sigur Hans Pauli Olsen: ”Hetta hevur verið eitt sera spennandi projekt hjá mær. Eitt,

Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen kann nevnast, at tá nú eitt bussskýli skuldi setast upp í Mikladali, var ætlanin at ríva ein hjall niður at ger pláss fyri einum av teim bláu bússkýlunum. Men tá komu men til, at hjallurin er

við mati. Ætlanin um bláa skýlið bleiv slept, ístaðin verður hjallurin gjørdur í stand og brúktur sum busskýli. Ætlanin er eisini at uppsløg um søgu Páll Fanga skulu vera til sjals í

av listaverkinum. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur ættarbond av Húsum og ikki minst er hann kendur fyri tær nógvu standmyndirnar, sum hann hevur gjørt, bæði í Føroy-

sum eg trúgvi uppá” segði hann frá fyrsta degi, og hann fór eisini í gongd við tað sama, uttan at hava nakran ”ordra” og uttan at vit í nevndini vóru komnir nakran sum helst veg at savna

sum hevur verið nógv í hugaheimi mínum, ímeðan eg havi arbeitt við Kópakonuni er , at hon skuldi hóska væl inn í avbera vakra umhvørvið í Mikladali. Eg haldi at hugskot tykkara um,


9

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

at Kópakonan skal standa á Stórakneysa og hyggja yvir ímóti gjónni er avbera gott og avbjóðandi. Men sjálvandi, hetta hevur havt trupulleikar við sær eisini. Eg havi verið noyddur at broytt upprunauppskotið orsakað av krøvum frá verkfrøðinginum Preben Hansen um styrkina hjá Kópakonuni at standa ímóti briminum niðri á Helluni í Mikladali. Landsverk hevur sambart aldumátingarnar, sum Landsverk hevur gjørt nú í mong ár norðanfyri, sagt, at vit skulu rokna

við eini 100 ára aldu, sum er 13 metrar til hæddar, so tað eru ógvuligar nátturukreftir, sum Kópakonan skal standa ímóti. Eg vil tó siga, sigur Hans Pauli Olsen, at hetta hevur ikki verið negativt fyri sjálva standmyndina, tí skal eg siga tað sjálvur, so haldi eg at hon er bara vorðin enn meira áhugaverd øll hesi trý árini eg havi arbeitt við henni. Ein avbjóðing var eisini, at kópakonan skuldi ikki hvørva í ógvusliga umhvørvinum á helluni, tí er hon stór, hon er gjørd í hálvari

aðrari menniskjastødd og málir ídag umleið 2,60 metrar til hæddar. Tað verður spennandi at seta hana upp í summar, moduleringin er liðug og Kópakonan er ídag hjá stoyparanum og verður stoypt í bronsu”, segði Hans Pauli Olsen, myndahøggari at enda. Avbjóðingin er stór Í summar verður standmyndin av Kópakonuni sett upp. Hetta er ein stór avbjóðing, tí náttúrukreftirnar eru ikki at spæla við. Tað fyrsta sum nú verður gjørt, er at tryggja Stórak-

Hans Pauli hevði dóttrina við tá ið hann var og skóðaði Stórakneysa á helluni á Mikladali. Kópakonan fer at standa har sum dóttirin stendur, sigast skal tó at hon ikki hevur staðið modell til Kópakonuna sum pápi hennara hevur evnað til. neysa á helluni í Mikladali. Serfrøðingar siga, at Stórikneysi er ein leivd av eini flág, ið hevur ligið oman á helluni, ið nú sæst í Mikladali, og tí er neyðugt fyrst at tryggja Stórakneysa við at bora fjallaboltar niður ígjøgnum hann, ið helluna niðri undir. Preben Hansen, verkfrøðingur stendur fyri styrkisútrokningunum í samband við standmyndina, og hann verður eisini

til staðar á stoypivirkinum í Danmark, tá Kópakonan verður stoypt, fyri at tryggja sær at styrkin í bronsuni er sum hon skal, og síðani verður Kópakonan sett upp á Stórakneysa eftir hansara ávísingum. Higartil hevur projektið um Kópakonuna verið ein stór avbjóðing fyri allar partar, ikki minst fyri okkum trýggjar, sum hava sitið og savnað træðrirnar øll hesi árini, bæði peningali-

ga og tekniskt. Men spennandi hevur tað verið, og spennandi verða komandi dagarnir til Kópakonan á helluni í Mikladali verður veruleiki.


10

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

700 SÓU FIMLEIK ARARNAR Í BADMINTONHØLLINI UM VIKUSKIFTIÐ Klaksvíkar Fimleikafelag er eitt felag í menning og stórur áhugi er fyri felagnum og avrikunum hjá fimleikarunum.

Um vikuskiftið skipaði felagið fyri eini fimleikaframsýning, har fimleikararnir sýndu kynstur síni eftir loknan fimleikavetur. Høvuðsvenjarin hjá felagnum er venjarin Mehdi, ið hevur havt sera stóran týdning fyri fimleikararnar í Klaksvíkar Fimleikafelag. Medhi hevur undirvíst her nú í tvey ár, og Katrin Jacobsen, formaður felagsins sigur, at tað er sannlíkt, at vit fara at síggja Medhi aftur standa fyri venjingunum

komandi vetur. Á framsýningini um vikuskiftið sóu vit 300 íðkandi limir í Klaksvíkar Fimleikafelag á gólvi, á hesti, bukki, bummi, á máttu og á pútu. Ein broyting var í framsýningini í ár, við tað, at Fimleikafelagið hevði valt at hava tvær framsýningar ístaðin fyri eina sum vanligt hevur verið. Hetta hevði við sær at ein framsýning var leygardagin og ein onnur sunnudag-

in. Hetta hevði við sær, at fleir ung sluppu framat at vísa tað tey dugdu. Onkur hevur hildið at hetta var eitt sindur óheppi orsakað av at summi vóru noydd at gjalda tvey atgongumerki, men vit halda at tað vigar meira at fleiri sleppa framat. 700 áskoðarar, børn og vaksin vóru til framsýningina og tað er ikki meira enn vanligt, sigur Katrin Jacobsen, formaður í Klaksvíkar Fimleikafelag at enda.


NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

Fleiri myndir á www.nordlysid.fo

11


12

Fleiri myndir á www.nordlysid.fo

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014


13

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

Ársaðalfundur Boðað verður til ársaðalfund í Ognarfelag Tryggingartakaranna Fríggjadagin 4. apríl 2014 kl. 17.00 á Hotel HaFnia

DagsskrÁ: 1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3, í viðtøkum felagsins 3. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera. Til fundin eru uppskot komin um at broyta viðtøkurnar um fráboðan av luttøku til aðalfundin, um val av fundarstjóra til aðalfundin og um ásetingar viðvíkjandi avlopi ella tapi, sambært roknskapinum 4. Val av grannskoðara 5. Val av tilráðingarbólki 6. Ymiskt

Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn Tel: 345 600 | Fax: 345 601 | tf@trygging.fo | www.trygging.fo

Allir tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum eru limir í felagnum. Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða høvuðsskrivstovuni frá luttøku. Boða frá luttøku á trygging.fo ella send okkum skriv, sí adressuna niðanfyri. Tórshavn, 17. mars 2014 Nevndin


14

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

GER L ØGREGL AN SEG INN Á OGNARRÆT TIN?

Eftir Gunnar Gallstein

Fyrst í februar í ár vóru hesi tíðindi at hoyra í útvarpinum: “Í gjárskvøldið varð ein bilur stolin í Klakksvík. Hann er afturfunnin í morgun, og løgreglan hevur funnið útav, hvørjir teir tveir vóru, sum stjólu bilin. Løgreglan hevur givið bileigaranum eina bót fyri, at hann hevur latið lykilin standa í bilinum.” !! Sum kunnugt er strangliga bannað at gera seg inn á ognarrættin; hann er hei-

lagur. Eigarmaðurin kann gera við sín ognarlut, júst sum hann vil, uttan at nakar kann blanda seg uppí. Hann kann sjálvandi hava lykilin

í lummanum, hongja hann uppá ein nagla inni, ella lata hann standa í bilinum. At løgreglan her revsar eigaran av tí stolna heldur

smiðin og bakaran: Smiðurin hevði framt so álvarsligt lógarbrot ímóti bakaranum, at tað kundi einans bøtast við deyðarevsing . Vandamálið var, at í býnum var trot á smiðum. Men teir høvdu rívanligt av bakarum. Avgjørt varð tí heldur at hálshøgga bakaran, og so varð gjørt. Síðani hevur tað verið tiltikið at avrætta bakara fyri smið.

enn tjóvarnar, kann ivaleyst metast sum grundlógarbrot.

Hetta minnir ikki sørt um tað gomlu søguna um

“So eri eg tryggari ..” eftir Gunnar Gallstein

So segði ein limur í umboðsráðnum í Tryggingarsambandinum Føroyar, tá ið hann herfyri agiteraði fyri at verða valdur inn aftur í nevndina: “So eri eg tryggari.” Vit kunnu øll frøast um, at summi eru so heppin. Men frá hesum stovni – Tryggingarsambandinum – eru eisini onnur vælsig-

nilsir komin, sum eru fyri alt fólkið. Her verður serliga hugsað um veðurtíðindini í sjónvarpinum, ið sum kunnugt koma frá Tryggingarsambandinum. Soleiðis sum veðrið tíggjar sær við hesar veðurbardu klettar, er tað ein at kalla ómøgulig uppgáva at bera Føroya fólki veðurtíðindini á ein positivan og stuttligan hátt.

Men so genialir eru teir í Tryggingarsambandinum, at eisini hesa uppgávuna megna teir til fulnar, og tað gera teir við stuttleikafilmunum um Trygva og Flossa , sum teir vísa saman við teimum ofta ófrættakendu veðurtíðindunum á ein slíkan hátt, at alt endar í látri og stuttleika. Ofta keðast fólk við tíðini av at síggja tað sama umaftur og umaftur. Men sole-

iðis er ikki her. So ótrúligt, sum tað ljóðar, gerast Flossa-filmarnir stuttligari fyri hvørja ferð, tú sært teir. Men teir eru ikki vandaleysir. Frá toluliga álítandi keldum í sjúkrahúsverkinum hava vit fingið at vita, at seinasta vetur doyðu fleiri eldri fólk av láturkrampa í sambandi við veðurtíðindini í sjónvarpinum.

FØ ROYSK LÍNUSKIP VIÐ SKERDAN LUT

Pelagiska vinnan hevur havt rekordár - hvørt ár - í mong ár. Pelagisku skipini geva eigarunum árliga eini 30-40 mió kr í kassan pr. skip, og tá er manningin avroknað við sínari millión pr. fiskipart. Tað er gleðiligt, tí tá er altíð nakað eftir at býta við onnur, sum nú verður neyðugt. Føroysk línuskip hava tíverri í nógv ár havt søguliga lága veiðu í miðal pr. húk, meðan útreiðslurnar hava verið rekord høgar. Møguliga er ein orsøk, at stóru pelagisku stovnarnir troka hvítfiskin av grunnunum. Fiskifrøðin sigur, at hvítfiskur og pelagiskur fiskur eta ikki av somu føði, men tað kann saktans hugsast, at hesir ymisku stovnarnir ikki trívast í sama havøki í senn. Í 2013 fingu Føroyar av nýggjum toskakvotu á Flemish Cap. Øll vita, at hon fyrst og fremst var ætlað

línuskipunum, sum eisini eiga upprunaligu søguligu rættindini til hana. Línuskipini fiskaðu eisini skjótt og væl tað mesta av kvotuni. Tann, sum hevur fylgt eitt sindur við í ár, veit, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur loyvt føroyskum trolarum og einum føroyskum móðurskipi at skundfiska tað mesta av kvotuni uttanfyri sesongina hjá línuskipunum, sum eru nógv meira bundin at árstíðini og veðrinum, enn trolararnir eru. Politiskur vilji var at seta skott í kvotuna millum trolarar og línuskip, men onki hendi. Avleiðingin er longu sjónlig, tí línuskipini fáa ikki líkinda part av kvotuni í ár, sum longu er nærum uppfiskað. So hetta var eitt vána skott, ið landstýrismaðurin legði fyri dagin í atgerðarloysi. Íslandskvotan fyri 2014 er hvørki forhandlað ella býtt, men fyribils kunnu

línuskipini fiska tað sama sum í fjør. Ongin veit enn, hvussu íslandskvotan sær út eftir endaligu samráðingarnar, og ongin veit, nær tær vera lidnar. Føroyar mugu her forhandlað seg til eina betri kvotu við at brúka pelagisku eykatonsini sum agn. Ein revsing á húkaflotan, sum føroysku myndugleikarnir hava funnið uppá burturúr ongum, er, at føroysk skip, sum landa meira enn 25% av íslandskvotuni í Íslandi, verða revsað í tonsum, men fáa tó onga bót. Tað eru ongi skilagóð argument fyri at gera hetta; tí má hendan revsingin avtakast nú. Skipini mugu altíð sleppa at landa har, sum mest fæst fyri fiskin, og viðhvørt ber ikki til at sigla millum lond við smáum skipum vegna óveður. Tí landa nøkur í Íslandi, men missa kvotu av tí sama. Tá er betri at tveita tonsini í havið og byrja nýggjan túr.

Hetta kemur undir idioti, sambært orðabókini. Pelagiska vinnan veit longu neyvt, hvat hon fær í ár, og meira enn í fjør, men feskfiskaflotin veit bara, at fiskidagarnir á føroyska økinum eru skerdir aftur í ár. Stóru íløgurnar í frystilínuskip hava longu fingið ein stóran politiskan mótspælara í mistari kvotu á Flemish Cap. Nýggja fiskiveiðuavtalan við grannalondini ger, at normenn aftur fara at leggja seg á djúpt vatn eystanfyri, har føroysku línuskipini í eini 3 ár nú hava fingið brúkiligan fiskiskap ein part av árinum. Eisini har verða veiðumøguleikarnir skerdir í ár. Undirritaði ynskir við hesum lesarabrævi at gera vart við, at í løtuni eru 1112 línuskip í vinnu meðan uml. 8 loyvi liggja klár at taka fram, um veiðumøguleikarnir betrast aftur. Á teimum núverandi 12

línuskipum eru í miðal 14 menn, tvs. uml. 170 ársverk. Línuskipini hava í 2012 og 2013 árliga landað 13-15.000 tons av feskfiski. Hetta svarar til 180-200 ársverk á landi. Sostatt eru uml. 350 føroysk ársverk knýtt beinleiðis at línuflotanum. Tey pelagisku virðini fella á fáar hendur, ið gerast ríkari ár um ár, meðan línuflotin skapar tey nógvu arbeiðsplássini og brúkar eginpening til raksturin, sum tíverri gevur hall, mest av politiskum ávum vegna væntandi veiðurættindi. Umborð á línuskipunum eru rættuliga nógvir unglingar, tí línuskipini hava traditión fyri at hava eina ávísa útskifting av manningini ár um ár meðan gull-skipini hava nærum statiska manning í áratíggjur og eru tí nærum ikki opin fyri nýggjari manning. Línuflotin er við skerdan lut, og politiskt er tíverri lítið gjørt fyri at bøta um

korini hjá línuflotanum, men í 2014 skal broyting koma í. Tí vil eg við hesum heita á landsins høgt virdu politikkarar um at syrgja fyri, at línuflotin í 2014 fær sín sjálvsagda rætt til ein part av meirvirðunum í pelagiska fiskatilfeinginum kring oyggjarnar. Antin sum part av býtiskvotu við londini vit samstarva við, ella sum eginkvotu at umsita sjálvur. Um onki hendir til bata fyri línuflotan, so missir føroyska samfelagið skjótt tey uml. 370 arbeiðsplássini, sum línuflotin ber, og hetta verður til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Virðingarmest Eyðvarur Petersen


NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

15

K laru og Eiler til minnis Klara Joensen og * 6. august 1944 +10. februar 2014 Jógvan í Trøllagili og Dagmar, ættað úr Leirvík, vóru foreldur okkara. Klara var triðja í røðini av fimm. Juel sum var elstur doyði bert fáa dagar gamal, Eiler ið doyði 2012, eftir sita vit systrarnar Ásla og Anita. Tó at Trøllagil við fyrsta brá kann tykjast heldur óunniligt navn, stað ella heiti, so var og er tað alt annað. Her var fjálga heim okkara, har tað var nógv lív í. Tó at tað í dag kann tykjast lítið, so var tað rúmligt og vítt til veggja. Her vóru øll vælkomin. Her búleikaðust fleiri ættarlið í sátt og semju. Klávus abbi og Dova, farbróðir, mamma og pápi og vit fýra syskini og her kom nógv fólk á gátt. Her var kortspæl, frásagnir og vit spældu eisini sjónleik í kjallaranum, nógvur hugni við hópin av tónleiki, ikki minst Eileri fyri at takka. Kláus, abbi - beiggi Jógvan og Christian í Grótinum - var 10 ár yngri enn omma, Katrina Maria. Tey giftist í 1901. Hon misti fyrra mann sín, Ole Joensen, tá ið hon gekk við fjóra barninum í 1897. Tá var elsta dóttirin, Armingaard, sum seinni giftist við Dáva úr Gerðum, bert seks ára gomul – Hini børnini vóru Micheal, Karolina, Kristoffer (Dova) og Oluffa. Børnini í seinnu giftu vóru Birita, Ebba, Rikka, Hanna og Jógvan, pápi okkara - Eiler, Klaru, Áslu og Anitu. Altíð var væl okkara millum og minnast vit serliga umhvørvið kring lágu og longu reyðmálaðu lonina sum hugnaligt, við opinleika og kærleika. Tá ið vit vóru børn, bar til at súkkla norður á Vágsheygin eftir smalari gøtu millum húsini. Niðan í Uppsalar ella Borðoyarvíkar varð eisini farið og nógvur ungdómur kom eisini á gátt hjá okkum. Klara, sum var eitt lívstykki, var ikki bangin fyri at taka fatt. Hon hevði

Eiler Rasmussen * 10. januar 1943 + 2. mai 2012

altíð glaða lyndið við sær og vann sær mangar vinir við fyrikomandi medferð síni. Hon tænti eina tíð hjá Emmu í Fuglafirði og plagar Emma at taka til, hvussu tað feyk frá Klaru og alt var gjørt av handahógv. Emma plagar við einum skálkasmíli at siga frá, tá ið hon plagdi at senda Klaru onkur ørindi við bilinum, tó at hon var undir koyrialdur og ikki hevði koyrikort. Men hetta lætti so nógv um og Klara dugdi sera væl at koyra, tó at hon ikki hevði aldur. Lívsstarvið hjá Klaru var á Telefonstøðini, har hon starvaðist í 40 ár. Klára hevði sera vakra hond skrift, og var tískil oftast biðin at skriva telegramini. Góði Eiler, takk fyri at tú hevur fjálgað um heimið í Trøllagili og takk fyri fagra spæl títt á harmonikuni og ikki minst á cornettina. Takk fyri títt skemtiliga lyndið og at tú dugdi so væl at sita undir. Góða Klara, Anita saknar teg at renna sneisaørindi við í fína, lítla gráa bilinum og Ásla saknar teg og mongu góða samrøðurnar umvegis telefonina. Tað var so deiligt at detta inn á gólvið og fáa eitt prát og altíð var tú kát og við tí góða. Títt serliga lyndið fylgdi tær heilt til endans. Tá ið har børnini ringdu til tín á Ríkis-sjúkrahúsið og spurdu um, hvussu stóð til, var svarið altíð við einum brosi, um at her stóð væl til, tó at tú visti, at standurin kundi verið betir. Æra veri minnið um systur okkara, Klaru Joensen og bróður okkara Eiler Rasmussen Ásla og Anita.


16

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

FISKISK APURIN HIGARTIL Í ÁR Vørn hevur uppgerð yvir, hvussu nógv teir ymisku bátarnir hava fiskað í ár. Sambært fiskiveiðu eftirlitinum so hava skipini fiskað hesar nøgdirnar, sum niðanfyri eru nevndar, higartil í ár. Fyrivarni verður tikið fyri, at landingarnar hesa vikuna møguliga ikki eru komnar við. Her hava vit tikið flestu bátarnir í norðoyggjum, sum vanliga royna eftir botnfiski. Hjá upsa trolarunum hava Smaragd, Safir og

Grønanes fiskað mest. Hjá stóru línubátunum hevur Kvikk fiskað mest, meðan Kallanes hevur fiskað mest av útróðra bátunum. Nøgdir hjá trolarum (í kg.): Vestmenningur 143.878 Fram 177.822 Smaragd 187.960 Safir 182.156 Grønanes 186.384 Nøgdir hjá stóru línubátunum: Jákup B 164.121 Kvikk 168.236 Núpur 118.109 Nøgdir hjá útróðra bátunum: Bragd 54.410 Brandur 47.704 Kallanes 81.006 Líðhamar 43.617

STØRSTA BYGDARSØGA Í L ANDINUM ER SKRIVAÐ

Síðsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu verður lagt fram í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 15. Hanna Jensen, Forkvinna i Mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, og Osmund Justinussen flyta fram røðu. 17 sangarar við Jógvan við Keldu og Hanus G. Johansen syngja. Felagssangur og høvdasúpan. Eisini verður bókasøla har rithøvundurin signerar bókina. Ein veldug søga er skrivað. Tann størsta bygdarsøgan í landinum. Og hvat um tað? Jú, hevði meginparturin av tí, sum er í teimum seks

bindunum verið leysasøgur, tvætl og møsn, var hetta alt saman lítið vert, nýttuleyst órudd. Men meginparturin er tilfar fingið til vega við

nógvum arbeiði, gransking og eftirkanning. Mangt er lisið umaftur, rættað og rættlisið av øðrum góðum fólki. Kanska kundi ein tíggjundapartur verið skorin frá sum lættisoppur, og kanska átti eg ikki at tikið afturíaftur eitt og annað, sum er nevnt í teimum fyrru bindunum. Tað er kortini gjørt, so at hvørt bind og hvørt evni sær verða lættari at koma at. Endamálið er, at eitt og hvørt evni í bókaverkinum kann lesast uttan stórvegis kunnleika til alt hitt, sum er umrøtt aðrastaðni. Tað, sum kann tykjast lættisoppur, er tíðum ætlað at vera ein annar máti at lýsa tíðina, okkurt fyribrigdi ella okkurt fólk. Í slektsøgunum er roynt at fáa eina mynd av slektunum í 2-300 ár: makar, foreldur, verforeldur og børn í nýggjum og aftur nýggjum ættarliðum. Fólk komu til bygdar, og fólk fóru av bygdini. Roynt hevur verið at fylgt teimum, sum giftust av bygdini, í

eini tvey, trý ættarlið. Hetta er tó ikki fullfíggjað. Fyrst og fremst hevur slektsarbeiðið snúð seg um ættarliðini í bygdini. Her havi eg eisini í 20. øld spurt um útbúgving, arbeiði ella starv, og nær tey bygdu so bæði menningin í útbúgvingum og húsasøgan eru partvíst við í slektsøguni. Á vári 2007 varð farið til verka og nú, sjey ár eru farin aftur um bak, verður bókaverkið latið úr hondum. Alla tíðina hevur alnótin verið av allarstørsta týdningi í samskiftinum við stuðlar, fróðarfólk og bygdarfólkið. Leirvíkar bygdarsøga hevur sjálvsagt eisini sín maka á alnótini, har øll áhugað kunnu finna navnalistar, ískoyti, rættingar og viðmerkingar og kunna seg um innihaldið í øllum bindunum. Eftir er at takka øllum. Lat meg fyrst nevna konu mína Betty, sum tolin hevur latið mannin sita dag um dag, á sumri og um høgtíðir. Tað skal meira enn jobs tol til. Ein annar,

sum tíðum hevur havt sama tolið, er Axel Eysturstein, sum í síni tíð beyð sær til at umbróta bøkurnar og fáa tær til prentingar. Bók eftir bók hevur hann uttan stórvegis háva sett upp, hevur stibrað meg, tá ið á stóð, og hevur greitt arbeiðið væl og virðiliga úr hondum. Uttan teir fíggjarligu stuðlarnar, sum lótu mær arbeiðið upp í hendi og hava staði við endan alla tíðina, var rætt og slætt einki bókaverk. Menninir aftan fyri tann stuðulin og feløgini hava verið Jógvan Elias Joensen, Osmund Justinussen og Ingvar Joensen; sí bind 1 bls. 17. Tað er mín vón at bygdarfólkið eisini hávirðismetir hesa vælvildina hjá teimum. Harafturat hava fleiri almennir stovnar og feløg, sum eru nevnd í bindi 1 bls. 17, stuðlað bókaútgávuni og eiga hjartans takk aftur fyri. Og so alt fróðarfólkið, sum hevur litið mær so nógv upp í hendi: Freydis Poulsen, sála, Jóhan Mikkelsen, Jákup í Gerðinum,

Max Weihe, Torgir Strøm og mong onnur í bygd og av bygd, sum eru nevnd undir heimildarfólk. Ómetaliga stór og kærkomin gáva. Av alstórum týdningi fyri dygdina hevur eisini rættlesturin hjá bygdarmanninum Karl N. Hansen verið, av tí at hann aftur og aftur eisini hevði viðmerkingar til innihaldið, serstakliga í teimum fýra fyrstu bindunum. Eisini Borghild Sjúrðaberg eigur takk uppiborna fyri rættlesturin. Góðu bygdarfólk og øll tit, sum hava givið hesum arbeiði ans: túsund takk fyri søgutilfar, myndatilfar, beinasemi og áhuga. Vónandi havi eg lønt tykkum tað væl aftur við hesum verkinum. Takk øll somul. Í Helsinge á kyndilsmessu 2014-03-19 Martin Fjallstein


17

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

: ð r e f a s e h n i t e Ú t is ia li ð , s e p s m u ín m á r f r a v s ” Tá e g e in a fe r ð fá i r in fa r e a n ø r r o N m U . in g s k a l e g h e im s a m a d a ji e g !” im v s o s , ja , in g lo f ic e ll a A t la n t Navn? Heri Signar Nolsøe Parlagsstøða? Saman við mínari deiligu damu Jóvør Sumberg-Olsen, ið er úr Tórshavn Hvar býrt tú? Aarhus, næststørsta býi í Danmark, sjálvandi :) Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við? Eg lesi á 10. semestri Religións Videskab við søgu sum síðufak. Hvat fekk teg av landinum? Tað var tí ein ikki kundi lesa Religions Videnskab í Føroyum Hvussu leingi hevur tú verið útiseti? Eg flutti av fyrstantíð niður tann 15. august 2008 á tónleikarháskúla í Vig (Den Rytmiske Højskole), síðani fór eg á univerisiteti tann 1. september 2009.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað? Ja eg trívist rættiliga væl. Tey, sum kenna meg vita, at religión og søga altíð hevur havt mín áhugað, so tað ger sjálvandi sítt til at eg trívist.

Hvat tekst tú við í frítíðini? Eg arbeiði sjálvboðin í Fríggjadagsbarrini, ið eitur Theos-Bar, umframt at eg eisini arbeiði sum løntur barrvørur í einari barr, ið eitur Eforen. Av og á arbeiði eg sum hjálpar-umsjónarmaður á Universitetinum eisini. Annars spæli eg trummur í einum bólki her í Aarhus saman við dønum. Plagi eisini at ganga á pubquiz, tá eg møguleikin býðst. Og so eri eg serliga nógv saman við Føroyingum :) Ikki nokk við tí, tí eg eri eisini aktivur í studentapolitikki, har eg bleiv uppstillaður fyri Konservative Studerender, og bleiv topskorari hjá Humanistunum. Hvat er tað besta við Danmark? Tann jútski mentaliteturin, sum minnir rættiliga nógv um

tann føroyska ! :) Hvat er tað ringasta? Bureaukrati ! Tað er alt on nógv at tí. Bara at søkja ’boligstøtte’, skal ein næstan fylla út eina heila telefonbók av spurningum. Ætlar tú tær heimaftur? Ja ! Tað er so heilt sikkurt. Eg havi sagt, at tá eg eina ferð fái svar frá mínum spesialið, skal eg heim sama dagin. Um Norrøna er farin ella Atlantic flogin, ja, so svimji eg ! :) Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar? Tað er sera nógv. Hvørjaferð eg havi tosað heim birtist longsulin, aftaná eg havi lurtað eftir kvf.fo og kanska serliga tá ið fótbólturin er á skránni. Eg plagi at hyggja eftir Aarhus Fremad her í Aarhus, og tað er ”forbiðið well”. Men t�� man stendur har á Risva-

gen, fer man at leingjast heim á Djúpumýri. Hvørjum leingist tú allarmest eftir í Føroyum? Sjálvandi familjuni hjá mær, men umframt tað, mann tað vera stóra Ludvig trummusettið hjá mær og KÍ ! :) Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara? Ein sum fer í eina ’kostume ’til eitt ball, tí her niðri eru 99% av donskum ballum eru maskuball! (og tekur sín egna pant heim við) Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying? Ein, sum tekur eina guitar við í ball. Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð

”dummað” teg? Ja ja ! eg havi dummað meg minst eina milliard ferðir ! Um eg skuldi skrivað alt, so hevði Norðlýsið verið minst 100 síður longri hesaferð. Men eg skal geva 2 dømi: ”Satans, det ”skrier” meget på mit angsigt” og ”Vi havde engang, sådan et grøn Puch-Maxi prutl hjemme i Klaksvig” Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár? Klaksvík, ikki nakað at taka feil av ! Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her: Bannað góð byrjan KÍ ! :) Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð? Eg sendi hetta víðari, eini 300 metrar í ein útnyrðing til Atla Jacobsen.


18

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

ALTJÓÐA DOWN SYNDROM DAGUR 21. MARS 2014

vegin. Soleiðis ber eisini til at stuðla tiltakinum.

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og er tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, íð hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Dagurin í Føroyum verður hildin í Skótahúsinum við Løkin og Løkshøll í Runavík. Spennandi tiltøk eru á skránni. Øll vælkomin

Tað eru 9 ár síðan at dagurin var hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Í fjør var dagurin í Føroyum hátíðarhildin fyri fyrstu ferð. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum tann dagin fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima. Føroyski Down Syndrom bólkurin skipar fyri fleiri tiltøkum hendan dagin.

Um down Syndrom Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk um allan heim hava Down Syndrom. Eingi tøl eru tó fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður mett at eitt barn verður føtt um árið.

Byrjar í Skótahúsinum við Løkin Dagurin 21. mars byrjar í Skótahúsinum við Løkin í Runavík kl. 15, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri setur dagin og Ælabogin spælir. Silvi frá Norðoya Sparikassa kemur á vitjan, og Sigrun Wardum

sigur nøkur orð. Tiltakið í Skótahúsinum endar kl. 16,30. Vakrir bannarar verða hongdir upp í gøtunum í Runavík. Heldur fram í Løkshøll Í Løkshøll kl. 17 bjóðar Elvin Weihe vælkomin. Magna Jógvansdóttir si-

gur frá um hugburð. Eisini syngur Elin Løkin ein sang. Slideshow er á skránni. Tóra við Keldu sigur frá sínum sjónarmiðum og Helena Jørmundsson greiður frá, at vera foreldur til Immanuel sum er 1 ár gamal og hevur Down Syndrom.

Blátt naglalakk Fyriskipararnir heita á øll fólk um at hava blátt naglalakk 21. mars fyri at vísa, at tey stuðla degnum. Í hesum sambandinum hava vit eisini latið gjørt eitt picbadge at seta á Facebook vangamyndir og fara vit at heita á fólk um eisini at stuðla tann

Orsøkin til Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, kromosom nr. 21, og hendir tíðliga í móðurlívi. Eingin veit hví hetta kemur fyri, men við røttum stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív við innihaldi. Øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut í tiltakinum. Vegna Down Syndrom bólkin Diana Davidsen, tel 257035 Linda Sunder

amr.fo


19

NORÐLÝSIÐ NR. 11 FRÍGGJADAGIN 21. MARS 2014

Løgfrøðiligur ráðgevi til Løgtingsins umboðsmann Virksemið hjá umboðsmanninum verður 1. oktober 2014 víðkað til eisini at fevna um eitt serligt eftirlit við rættindum hjá børnum og ungum. Eitt starv sum løgfrøðiligur ráðgevi er tí leyst at søkja at byrja tann 1. juni 2014 ella eftir avtalu.

Uppgávurnar

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum, • at fyrireika og viðgera innkomnar klagur • at hava eftirlit við stovnum og málsviðgerð á útvaldum økjum, eisini tá tað snýr seg um umstøður hjá børnum og ungum, og • kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðsmanninum. Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við verandi ráðgevarar og umboðsmannin.

Setanartreytir

Sum umsøkjari skalt tú hava prógv sum løgfrøðingur og hava drúgvar starvsroyndir á baki. Serligur dentur verður lagdur á, at tú dugir at granska og viðgera klagur, og at tú dugir at málbera teg lýtaleyst á føroyskum í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya sum ráðgevi.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum o.a. skulu verða umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi 11. apríl 2014. Adressan er: Løgtingsins umboðsmaður undir Bryggjubakka 11 Postsmoga 2008 110 Tórshavn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á tlf. 358500/218691.

Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tveir løgfrøðiligir ráðgevar og ein skrivstovufulltrúi.


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

Bókaútgávudagur í Leirvík Sunnudagin 23. Mars kl. 15.00 Síðsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu verður lagt fram í bygdahúsinum í Leirvík 23. mars kl. 15.00 Skrá: - Hanna Jensen, Forkvinna i Mentanarnevndini hjá Eysturkommunu, og Osmund Justinussen flyta fram røðu. - 17 sangarar við Jógvan við Keldu og Hanus G. Johansen syngja. - Felagssangur og høvdasúpan. - Eisini verður bókasøla har rithøvundurin signerar bókina.

Prísir: Bind 6, ættarsøgan kr. 350,Tey fyrru bindini hvørt kr. 250,Pakki við 6 bindum kr. 1.000,-

Øll eru vælkomin


Nordlysid nr 11 2014