Issuu on Google+

FRÍÐA ein nýggj annarleiðis

NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

F YRSTI HEIMADYSTUR HJÁ KÍ

9

- lokala røddin síðani 1915

772245 065007

café í Klaksvík

TUNGLYNDI ER EIN VANLIG SJÚK A KL AKSVÍK AR SAMKOMUHÚS 1897 – 197 1 ÁRINI 1921 -1936 FIMM NORÐOYINGAR VIÐ NÝGGJASTA TROL ARANUM HJÁ R Ø KKE ”GADUS NEP TUN”

JØ RGEN: VALDI ÚTBÚGING FRÁ F YRI AT BJARGA FAMIL JUF YRITØ KUNI

FISKISK APURIN Á LEIÐ SUM Í 93 B36 formaðurin:

OV NÓGVIR PENGAR Í EFFODEILDINI

SO NÓGV FISK AÐU BÁTARNIR Í JANUAR


2

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

L E I Ð A R I N

Torradagar Klaksvík er vorðin alt meira og meira ein rættuligur býur seinastu árini. Tað er líkasum komin meira ferð á samfelagið og tiltøkini eru mong sum verða fyriskipað í býnum og av tí sama eru tilboðini mong, til fólkið sum her býr. Ásanast má, at Klaksvík hevur flutt seg alsamt longur frá at vera eitt tradionelt bygdasamfelag, til meira og meira at líkjast tí vit kenna býarsamfeløg fyr. Eldsálirnar í býnum hava ikki tróta, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at ”menning og nørandi gróður” er í býnum, sum skaldið Bernhard Brim yrkti um á sinni Fyri gott og væl 10 árum síðani fingu vit Summarfestivalin, ið má sigast at hava vent upp og niður uppá gamla bygdasamfelagið, seinni kom so Føroya Sjómannadagur, og eftir hann Torradagar, sum afturat Norðoyastevnuni rættuliga hava sett Klaksvík og Norðoyggjar í brennidepilin. Hóast Klaksvík hevur flutt seg frá bygdasamfelag til býarsamfelag, so hevur fiskatilfeingið kring oyggjarnar áhaldandi havt sera stóran leiklut fyri trivnað og liviumstøður. Ímeðan samfeløg aðrastaðni í landinum satsaðu upp á aðrar inntøkumøguleikar í stóran mun, so var í Norðoyggjum og Klaksvík hildi fast við at menna okkum innan sjóvinnu og fiskivinnu, og lítið er at ivast í, at hesin politikkur hevur gjørt, at samfelagið her hevur havt lættari við at reisa seg aftur, aftaná kreppurnar, ið raktu samfelagið seinast í 19. øld og fyri fáum árum síðani í 20. øld. Nýggju tíðirnar hava gjørt, at fólkið hevur meira frítíð. Fyri at gera frítíðina hjá fólki meira innihaldsríka, so bjóðar okkara kommuna við høvuðskfyriskiparanum Dávur Winther okkum øllum alskins vitanar og søguupplivingar á Torradøgunum. Torradagarnir vera fyriskipaðir frá 28. í hesum og til 22. Skráin er sera fjølbroytt. Tá yvirskriftin er Torri, so sigur tað seg sjálvt, at fiskur, fiskatilfeingi og tað sum har tilhoyrir er í fremstu røð, men skráin fer eisini at hava annað at bjóða. Fyri at takað nakað burturúr skránni, so kann her nevnast vælkenda og vælskipaða heilsucaféin, sum okkara lokala Sjúkrahús plagar at standa fyri. Hetta er eitt tiltak , sum verður fyriskipa leygardagin og frammanundan er heilsurenning, sum endar á Sjúkrahúsinum, har møguleikar eru at fáa mált blóðtrýst og annað mangt og síðani at njóta kaféina. Annars fer Josvein á Hædd at greiða frá sjólívinum hjá sær. Birgir Waag fer at hava myndafrásøgn frá Sundabergi, sum sakk. Frits Johannesen, listamaður fer at halda fyrilestur um ”Portrið”. Portrið hjá Frits er Pollurin ella portalurin til býin. Jógvan Ravnsfjall fer ein søguligan gongutúr við okkum, og til seinast men ikki minst, kunnu vit nevna, at sjálvandi verður ein kjakfundur fyriskipaður um fiskivinnupolitikk. Hetta verður ein fundur í Ósáskúlanum, har allir politisku flokkarnir fara at luttaka. Jú Torrdagarnir eru ein partur av Klaksvík og í aðru viku kemur Norðlýsið út við einum Torrablað, sum verður borið í hvørt hús. Lýsingar og tilfar annars til tað blaðið skulu vera inni í seinasta lagið í dag (fríggjadag)

80 ár

Kamar til leigu í Klaksvík

7. februar fyllir Asta Abrahamsen, Klaksvík 80 ár, í tí sambandi mverður opið hús leygardagin 8. februar í hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík (gomlu Heygabúðini) frá kl. 11 til kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin

Um tú manglar eitt kamar at búgva í meðan tú gongur í skúla, ella arbeiðir her í Klaksvík - ja so havi eg eitt kamar til júst tín. Tú fart atgongd til køk, stovu, wc - og sjálvandi eisini vaskirúm - hetta er ein nýmótans kjallaraíbúð. Prísurin er kr 2.500,- um mðr tá er olja og EL íroknað. Um hettar er nakað fyri teg, so kanst tú senda ein mail til eng@olivant.fo ella ring 215832

Minningarorð um mostur mína

Ragna Jacobsen 24. januar 1942 – 19. januar 2014 Mín elskaða mostur er farin frá okkum og heim til Harran. Tað er ikki til at fata, og tað kennist sera ringt nú – og tá ið so gerandisdagurin kemur, verður tað uppaftur verri. Saknurin verður ringur at liva við. Tað at hon ikki ringjir og heldur, at tað er langt síðani, at hon sá meg. Eg fari oman, og vit seta okkum at binda, práta um líkt og ólíkt og hugna okkum. Hon lærdi meg m.a. at binda hosur og dugdi sera væl at læra frá sær, og soleiðis var mostur ótrúliga familiukær, hevði umsorgan fyri okkum øllum bæði stórum og smáum. Hon var tann, ið savnaði okkum øll til ymiskt, t.d. jólahald, sunnudagsdøgurða á Hafnia við gomlum ljósmyndum, lærdi okkum at gera rullupylsur og savnaði okkum á hvørjum heysti til at eta blóðpylsu – kallað blóðpylsuball – og tað, ið hoyrir til. Jórun og Ragna matgjørdi í dagavís, so vit øll (eini 20 – 25 fólk) kundi eta okkum mett, síðan okkurt gott omaná og vit hugnaði okkum til langt út á kvøldið – familian er sera løtt sint. Eisini havi eg nógv sera góð barnaminnir saman við mostur. Av tí at Sámal sigldi, vildi hon, at vit døtranar hjá Agnas skuldi sova hjá henni, tá ið Sámal var burtur, og tað gjørdi vit so skiftisvís kanska eina viku ella so í senn. Tað bar við sær, at vit á ein hátt høvdu tvey heim, og tað kendist sera gott og var eitt sterk band millum heimini. Vit høvdu eisini húsligar uppgávur, best minnist eg tað at fara eftir mjólk, fara við tómari spann og koma heim við fullari spann – ein drúgvur túrur helt eg sum barn, og tað kundi taka sína tíð. Um veðrið var gott, møtti eg kanska einari fittari kettu ella sá okkurt áhugavert í ánni. Komin heim aftur høvdu tey verið bangin um meg, tí eg hevði verið vekk í tríggjar tímar, men eg hevði jú onki ur so... Jú, gott er at hava góð barnaminnir. Takk fyri tað mostur. Mostur mín var nakað serligt. Hon var sera góð í ráðum, nærverandi, umsorgarfull, umhugsin, gestablíð, gávumild, røsk og segði ongantíð nei,

um hon var biðin um okkurt. Hon var klók og las nógv, hevði stóra vitan, og eg trúgvi, at um hon hevði verið ung í dag, hevði hon haft onkra hægri útbúgving. Hon var eisini sera glað fyri lívið og viljasterk sum fá. So kom dagurin, har mostur fekk tey ringu boð, at hon hevði fingið krabbamein, ið hon ikki kundi vera lekt fyri. Tað var sera tungt, tá ið hon ringdi til mín at siga mær tað, men tá ið ringasti skelkurin hevði lagt seg, fór mostur undir at gera alt fyri at basa sjúkuni ella longja sær lívið og vísti hon tá, hvussu lívssterk hon var. Hon vildi liva og gjørdi alt, ið hon megnaði, gekk túrar á rennibreytini og annað saman við Jórun mostur. Tær voru jú næstan sum eitt, og var Jórun mostur sera nógv um mostur hetta hennara seinasta ár. Eisini fór mostur at ferðast til Samsø í Danmark fyri at vera saman við døtrunum og ommubørnum, og var tað ein góður túrur. Henni dámdi væl at ferðast og at uppliva – hon livdi lívið fult út hvønn dag og var positiv og glað og vónaði at gerast frísk, men so við og við bleiv sjúkan verri, og hon hevði dagar so ringar, at hon ikki kom út úr songini. Tað løgna var bara, at mostur so gott sum als ikki tosaði um, hvussu ringt hon hevði tað, men heldur vildi hoyra um, hvat eg upplivdi og spur-

di eftir Gvøðny dóttur míni. Mostur hjálpti henni at sleppa á háskúla í Svøriki, og voru tær eisini sera væl. Tá íð so jólini nærkaðist, og øll familian kom úr Danmark at halda jól saman við mostur og Sámal, mannaði hon seg upp, og jólini voru dagar saman við teimum, ið stóðu henni allar nærmast – Sámal, døtranar og øll ommubørnini, og jólaaftan fór hon ikki til songar, fyrr enn tað leið ímoti morgni og nytti løtuna saman við sínum elskaðu. Tá ið so jólini vóru farin afturum, var tað sum maktaði hon ikki at stríðast meira og var enn einaferð innløgd á landssjúkrahúsið. Hon hevði tó vón um at sleppa heim aftur, men so skuldi ikki verða, og tann seinasta tíðin var bæði drúgv og pínufull, og tað er so sera ringt at síggja ein, tú elskar so, hava tað so ringt. Tá ið Harrin at enda tók hana heim til sín, var hon so púra klar til tað og bað Gud um at koma eftir sær. Dánjal syskinabarnið og mostur høvdu biðið, og Dánjal las úr Bíbliuni fyri henni, og høvdu tey bæði nógvar løtur saman. Vit sótu øll har og royndi at syngja fyri henni og ugga hana. Hon fór heim til øll tey, ið eru farin undan henni – mamma og pápi hennara, Elsuba og Dánjal á Dul, Gvøðny systir, Katrin mostur og tvíburðarnir Luka og Mika. Tey verda glað at síggja hana, men tað verður ein ótruligur saknur hjá okkum – eisini hugsi eg um Rúnu systur, Sigrit svigarinnan og Doris besta vinkonan hjá mostur – men serliga hjá døtrunum Helenu, Elsbu og Sólva, Sámal, Rannvá, Jórun mostur og mammu. Vit mugu styrkja okkum og standa saman í hesu stóru sorg, tað hevði mostur vilja. Hon ið elskaði okkum so. Tí er gott at minnast á, at stórstur av øllum er kærleikin. Æra verið minnið um mína elskaðu mostur. Heilsan Piddan og systrarnar Elsebeth, Guðrið, Sunrid og Rúna


3

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

FRÍÐA

ein nýggj annarleiðis café í Klaksvík

Í Nólsoyar Pálls Gøtu í nýggja bygninginum hjá Vimu og Jóannes, hittu vit Mimmy Vágsheyg, sum saman við vinkonuni Joan Baldvinson, stríddust við at polstra ein bonk. Vit spurdu Mimmy hvat tær gjørdu her. Gera her, hevur tú ikki hoyrt Rás2, eg eri í ferð við at lata upp eina café í Klaksvík. Eina café við einum konsepti, sum ikki er sæð áður her. Fyri at gera tað, so havi eg stovna eitt Sp/f. Fríða, sum eg eigi og sum eg eri stjóri á. Caféin fer at bera sama navnið Fríða. Fyri tað fyrsta, so er meiningin at hølini og Fríða skulu siga eina søgu. Archibald Black hevur tekna búmerki ímeðan tey á Grafia í Klaksvík hava evnað skjaldramerkið til. Síðan listprýðir Archi-

bald hølini eitt sindur og har skal søgan um Nólsoyar Páll eisini framganga. Eg eri sjálv bitin av hesi søguni, og so liggja vit eisini mitt í Myrkjanoyragarðinum gamla. Í Fríðu verður ein opin køkur, har vit fara at gera mat til við sunnum rávø-

at servera nógv ymisk øl frá Føroya Bjór sum gjørligt. Annars fara vit at hava cafémat, tað vil siga lættan mat, tó verður ongin fritura og ongin pitsa í cafeini, alt verður ”heimagjørt” í opna køkinum, har gjøgnumskygni verður og tað fer at bera til eitt nú at samskifta

sita eina løtu og eta matin í frið og náðum, og so triða plássið ið er ein sokallað lounch, har fólk kunnu dvølja eina løtu og kanska hava eina løtu fyri seg sjálvan til eina samrøðu við onkrum afturvið. Panoramaútsýni yvir Vágna, tað hava vit. Út

at servera cappuccino, kaffelatte og sjálvandi vanligt kaffi, harafturat fara vit at servera ymiskar frukdrykkir, smooties, juice og ymiskt annað. Eg havi fingið eina góða avtalu við eitt felag úr Íslandi, um nógv ymisk sløg av te. Tað eri eg sera

rum, og eisini so vítt gjørligt við rávørum úr lokalumhvørvinum. Vit fara eisini at hava samarbeiði við lokalar kreftir, eitt nú er ætlanin at brúka føroyskt pálegg úr Heygabúðini, breyð frá Jórun og øl frá Føroya Bjór. Tá talan er um øl, so er ætlanin hjá okkum

við kommin ímeðan hann ger matin til reiðar. Sjálvt um caféin ikki er stór, so vera tríggjar ymisk pláss í caféini, har eitt plássið er eitt sokallað pitstop, sum er ætla teimum ið koma inn, og bert skulu hava eitthvørt skjótt, síðani eitt pláss til tey, ið skulu

ímóti havinum hava vit eina stóra terassu, har viðskiftafólk eisini kunnu sita og njóta náttúruna og fuglarnar her á leiðini. Jú, vit síggja møguleikar og eg eri sera spent uppá at sleppa ígongd, sigur Mimmy Vágsheyg víðari. Av drekkivørum fara vit

spent uppá at bjóða klaksvíkingum og gestum, tí tað er nakað, ið eg ikki havi sæð aðrastaðni í Føroyum. Kassaskipanin verður eisini eitt kapittul fyri seg í café Fríðu. Hetta hevur samband við Ipaddar, sum gestirnir fara at fáa í hondina, men hetta er nakað,

sum tit kunnu uppliva tá tit koma á gátt Café Fríða er ikki ein mega stór restaurant, nei, hetta er ein intim Café, sum er nóg stór til mín, og gestirnar, og ætlanin er at eg skal arbeiða her sjálv sum sjálv onnur. Síggi fyri mær, at her vera tvinni arbeiðispláss og við hesum sera spennandi arbeiðisplássinum, ætli eg mær at skapa eina cafémentan í Klaksvík fyri klaksvíkingar. Gestirnir sum koma hendavegin, antin tað so eru aðrir føroyingar ella útlendsk ferðafólk, tey skulu fáa eina uppliving um okkara lokalsamfelag, hetta verður ein klaksvikscafé við nógvum lokalum rávørum og nógvari lokalari søgu, sigur Mimmy Vágsheyg at enda. Eg fáið líka tíð at spyrja áðrenn tær báðar vinkonurnar Mimmy og Joan fara aftur undir arbeiði við beinkinum, um nær ætlanin er at lata dyrnar upp fyri gestunum: Leygardagin í komandi viku, og tú ert vælkomin aftur tá, siga tær báðar.


4

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

SØGULIGUR DAGUR HJÁ TEAM KL AKSVÍK SUNNUDAGIN Sunnudagin verður søga skrivað hjá Team Klaksvík, tá steypafinalurnar fyri yngru deildirnar eru á skránni. JÁKUP ÓSÁ Sunnudagin vera steypafinalurnar spældar hjá yngru deildunum. Fyri Team Klaksvík er hetta ein søguligur dagur óansæð, hvussu tað fer at ganga. Tí hetta er fyrstu ferð, at Team Klaksvík hevur eitt lið í steypafinaluni. Tað eru dreingir 10, sum hava spælt seg í steypafinaluna, har teir møta H71 b. Dysturin verður leiktur kl. 13.25. Tað eru Zarko Pejovic - sum hevur skift til VÍF sum leikari, men sum eisini verður venjari til hesa finaluna - og Heri Johnsson, ið hava vant dreingir 10 hetta kappingarárið. Annars kann nevnast, at

Stjørnan eisini hevur eitt umboð í steypafinalunum. Tað er hjá gentum 14, har tær møta Neistanum. Hesi bæði liðini liggja jøvn á 2. plássi í landskappingini við sama stigatali. Liðini hava

vunnið hvør sín dyst, tá tey hava leikt móti hvørjum øðrum í ár. Finalurnar eru hesar:

sunnudagin

Sunnudagin 09. februar: Kl. 12.50 Gentur 10: Neistin a – H71 a Kl. 13.25 Dreingir 10: H71 b – Team Klaksvík Kl. 14.20 Gentur 12: VÍF – Kyndil a

Kl. 15.15 Dreingir 12: H71 a – Kyndil a Kl. 16.10 Gentur 14: Stjørnan a – Neistin a Kl. 17.25 Dreingir 14: Neistin a – VÍF Kl. 18.30 Gentur 17:

Kyndil a – Neistin a Kl. 19.45 Dreingir 16: H71 a – Kyndil

F YRSTI HEIMADYSTUR HJÁ KÍ Um vikuskiftið spælir KÍ sín fyrsta venjingardyst á heimavølli. JÁKUP ÓSÁ KÍ hevur higartil bara spælt í Gundadali, har liðið fyrst vann 2-0 móti B36, áðrenn tað í venjingarkappingini seinasta leygardag bleiv til ein sigur, tveir javnleikir og eitt tap hjá klaksvíkingum. Leygardagin kl. 13.00 verður fyrsti heimadysturin á skránni í 2014. Tá kemur NSÍ á vitjan. NSÍ verður ikki mett at vera eins sterkt sum í fjør, men í venjingarkappingini gjørdu teir bart og komu í finaluna, har teir

eisini góvu HB dygga mótstøðu og ikki taptu fyrr enn í brotssparkskappingini. Hjá KÍ viðhaldsfólkunum verður hetta fyrsta høvið at síggja nýggju KÍ leikararnar Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueye í dysti á heimavølli. Sum skilst hava teir báðir staðið seg væl í venjingardystunum higartil. Úrslit í venjingarkappingini 2014: HB-KÍ 1-0 (Poul Ingason) KÍ-Skála 1-1 (Sørmundur Kalsø) AB-KÍ 0-0 KÍ-ÍF 1-0 (Jonas Flindt Rasmussen)


5

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

B36 formaðurin:

OV NÓGVIR PENGAR Í EFFODEILDINI

B36 formaðurin heldur, at føroysku feløgini mugu taka seg saman og byrja at hugsa um ungdómin í størri mun enn nú, har pengarnir bara vera ’’oyslaðir’’ í bestu mansdeildina. JÁKUP ÓSÁ B36 er eitt av liðunum, sum ikki hevur keypt stórvegis inn í vetur, hóast teir tryggjaðu sær Europa League luttøku seinasta kappingarár. Felagið hevur mist Súna Olsen, Evrard Blé og Gilla Sørensen, meðan minni ’’nøvn’’ sum Eli F. Nielsen og Alex Mellemgaard eru komnir til felagið. Heiðrikur Christiansen er formaður í B36, har hann tók yvir fyrr í vetur.

Feløgini mugu hugsa øðrvísi B36 formaðurin er rættuliga avgjørdur um, at føroyskur fótbóltur má taka í egnan barm innan penga fótbólt. - Feløgini ’’oysa’’ pengar í besta mansliðið og kappbjóða um leikarar. Hetta ger so, at einki verður eftir til ungdómin, tí allir pengarnir vera brúktir uppá besta liðið. Her skuldu feløgini tikið annað skinn um bak og arbeitt saman um at fingið lønarlagið niður í føroyskum fótbólti.

Og ístaðin skuldi feløgini brúkt meira pening og orku til ungdómin og ungdómsvenjarar. Tað hevði gagnað føroyskum fótbólti nógv meira. Men hetta skal heldur ikki misskiljast, tí besta mansliðið er flaggskipið og tað, sum ungdómurin speglar sær í. Har skulu eisini pengar brúkast og viðhvørt hevur eitt lið brúk fyri styrki til ávís pláss, sigur Heiðrikur Christiansen við Norðlýsið.


6

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

Gjaldi í undirsjóvartunnilunum

IKKI RÆTT AT GERA MISMUN Á BORGARUM Viðv. responsum um spurningin hvørt brúkarin hevur skyldu til at endurrinda landskassanum í íløguna í ávikavist Vága- & Norðoyatunnilin. Undirritaði hevur samb. áheitan kannað spurningum nærru um Landskassin hevur rætt til at krevja íløgina í undirsjóartunlarnar endurgoldna, við støði í nýtslugjøldum, sum verða áløgd ferðsluna gjøgnum tunlarnar. Løgfrøðiliga grundarlagið í samband við meting og støðutakan til henda spurning eru løgtingslógirnar nr. 6. frá 8. febr. 2000 um fast samband um Vestmannasund og nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð við

in er ásett, at tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Ikki rætt at gera mismun á borgarum Tað vildi eisini verið tað sama sum at gjørt mismun á landsins borgarum, um lokala ferðslan í Norðoyggjum og í Vágunum skuldi fíggja landskassans part, sum frammanundan er innkravdur skattapeningur frá øllum landsins borgarum, har landskassin alla aðrastaðni við sínum íløgum í landsvegir, brýr og tunlar, onki serstakt nýtslugjald hevur kravt. seinni broytingum. Í báðum lógum stendur, at landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í verkætlanirnar samb. játtan á fíggjarlógini. Til Vágatunnulin kann Landið seta í mesta lagi 160,3 mio í verkætlanina, meðan henda upphædd til Norðoyatunnilin er ásett til 205 mio kr, jfr. § 2 í báðum lógum. Tá kostnaðurin av tunn-

lunum er væl meira enn partapeningur og/ella ábyrgdarpeningurin frá Landinum, má restin av íløguni fíggjast við lántøku. Tá talan er um sjálvstøðug partafeløg, sum byggja og reka tunlarnar, eru tað hesi sum standa fyri lántøkuni, sum fæst til vega við trygd í ognini t.v.s. tunlunum, uttan at Landið veðheldur fyri lánunum. Inntøkugrundarlagið,

sum skal tryggja fíggingina og afturrindanina av lánunum er eitt sonevnt nýtslugjald frá teimum, sum nýta vega- og tunnilsanleggið. Hetta nýtslugjald verður einvíst ásett av sjálvum felagnum, jfr. § 5 í lógini um tunnil um Vágatunnilin og § 3 í lógini um Norðoyatunnilin. Í § 1 stk. 4 í lógini um Vágatunnilin og § 1. stk 3 í lógini um Norðoyatunnil-

Spurningurin er nú um útveganarkostnaðurin meinast við samlaða kostnaðin ella bert fevnir um tann partin av kostnaðinum, sum er útvegaður við láni, uttan partapeningin/ábyrgdar-peningin frá landinum. Í viðmerkingunum til lógina stendur bert, at tað almenna fær ognarrættin til samlaða anleggið, tá íløgan er fult útgoldin. Her stendur bert “íløgan” og ikki nærri hvat meinast við íløgan, harundir um talan er um samlaðu nýtsluna av peningi íroknað partapeningin frá landinum, ella bert lánsfíggjaða partin av peninginum, sum er brúkt til íløguna. Um her meinast við samlaðu íløguna, so skal tunnilin ikki latast landinum aftur fyrr enn alt er goldið, t.v.s. eisini tann partur, sum brúktur er til íløguna burtur av tí partapeningi, sum landið hevur sett í verkætlanina.

Sostatt skal Landið fáa endurrindað partapeningin áðrenn ognarrætturin til tunnilin verður latin tí almenna. Um meinast við lánsfíggjaðu íløguna og ikki partapening/ábyrgdarpening frá Landinum, so verður tunnilin latin tí almenna aftur, tá sjálv lánini til íløguna eru afturgoldin. Tá hesin spurningur ikki er nóg væl greiddur í nevndu reglu, er neyðugt at leita aðrastaðni í lógini og viðmerkingunum til lógina, fyri at koma fram til eina rætta tulking av hesi áseting í lógini. Eyðsæð er, at nýtslugjøldini verða ásett til tess at fáa fremmanda fígging og gera tunnilsfelagið ført fyri at halda sínar skyldur og afturrinda lánini, Spurningurin er nú um nýtslugjøldini eru ætlaði til annað og meira enn hetta, harundir at afturrinda Landinum útreiðslurnar til partapeningin/ábygdarpeningin? Um fígging av verkætlanini sæst í generellu viðmerkingunum til lógina um Norðoyatunnilin, at fígging


7

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

Bjørn á Heygum, advokatur til verkætlanina umframt tær 225 mio kr. sum Landið setir í felagið, er upptøka av láni úr fíggingarstovnunum. Staðfest verður, at onki landskassaveðhald kemur uppá tal, og at leiklutur landskassans í figgingini av tunlinum er úti (t.v.s. avmarkaður) við játtanini av teimum samlaðu 225 mió kr. í partapeningi. Undir fíggjarligum avleiðingum fyri landið er viðmerkt, at leiðsla felagsins um hetta mundi arbeiddi við eini íløguætlan uppá 330 mió kr., og er hetta uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG. Partur av hesi upphædd, skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so lands-kassans partur verður tilsamans 225 mió kr. Undir rakstrarútreiðslur stendur í viðmerkingunum, at felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar. Undir viðmerkingunum til § 3 stendur, at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum. Onki stendur um at nýtslugjøldini skulu fíggja nakað annað! Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolide-

ra seg rímuliga væl. Seinni stendur soleiðis at tað um hetta mundi var ógjørligt at meta um hvussu stór nýtslugjøldini fóru at verða, tí samlaði íløgukostnaðurin fer at avgerða tað. Tað er síðani ein sannroynd, at nýtslugjøldini ikki eru ásett í mun til samlaðu íløgukostnaðin, men í mun til loypandi kostnaðin av lánunum og rakstrinum. Grundað á hesar fyritreytir er greitt, at samlaði íløgukostnaðurin í viðmerkingunum er avmarkaður til lánsfíggjaða partin av íløgini. Út frá hesum kann síðan staðfestast, at ongin ætlan hevur verið - ella fyribils er - um at afturrinda Landinum kostnaðin av at seta partapening í felagið. Tá tað somuleiðis er tilskilað í viðmerkingunum, og henda orðing er nýtt nevniliga: “At partur av hesi upphædd, skal tó fíggjast við bummpengainntøkum”, so landskassans partur verður tilsamans 225 mió kr, so er tað bert hesin partur, sum skal fíggjast við bummpengum - og ikki landskassans partur! Við øðrum orðum, so er útveganarkostnaðurin í § 1 stk. 3 samb. viðmerkingarnar at javnmeta við lánsfíggjaða íløguna, og tá henda er afturgoldin, skal alt anleggið uttan viðurlag avhendast Landinum til ognar. Tað er ein sannroynd at orðingin í lógini reint bókstaviliga er í andsøgn við viðmerkingarnar, tá útveganarkostnaðurin í princippinum er samlaði kostnaðurin fyri íløguna

íroknað partapeningin. Hóast hetta, og tá viðmerkingarnar heilt greitt stuðla undir ta fatan, at partapeningurin ikki skal afturrindast við nýtslugjøldum, so má leggjast til grund, at ætlanin ongantíð hevur verið, framhaldandi at áleggja nýtslugjald eftir at lánini eru goldin. At enda skal viðmerkjast, at tað vildi eisini verið tað sama sum at gjørt mismun á landsins borgarum, um lokala ferðslan í Norðoyggjum og í Vágum skuldi fíggja landskassans part, sum frammanundan er innkravdur skattapeningur frá øllum landsins borgarum, har landskassin alla aðra staðni við sínum íløgum í landsvegir, brýr og tunlar, onki serstakt nýtslugjald hevur kravt. Viðv. fíggjarligu støðuni eftir yvirtøkuna, so stendur í viðmerkingunum, at felagið ber rakstrarkostnaðin av tunlinum til hesin verður avhendaður landinum til ognar. Landskassin yvirtekur tá rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum um hetta mundi vóru mettar til 5 – 6 mió kr. árliga. Landið kemur hervið at bera allar rakstar- og viðlíkaghaldsútreiðslur av hesum tunlum á sama hátt, sum av øðrum tunlum, so sum Hovstunlinum, Norðskálatunlinum v.m. uttan at serstakt nýtslugjald kann innkrevjast í hesum sambandi.

S Ú H T R Ø V H TORRABL AÐ Í í Norð

is í hvørt hús p y e k ó r u m e k ð Norðlýsi in 17. februar g a d a n á m y ro u oyggjum og Eyst

dagin 7. feb. ja g íg fr r e r a lf ti . ngar o.a Deadline fyri lýsi

Bjørn á Heygum, adv.

Torradagar í Klaksvík 18. - 22. februar


8

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

JØRGEN: VALDI ÚTBÚGING FRÁ F YRI AT BJARGA FAMILJUF YRITØKUNI Jørgen Niclasen 20 ára gamal.

Søgan um gamla tollmálið hjá P/F N. Niclassen, har Jørgen Niclasen sum bert 20 ára gamal, tekur yvir familjufyritøkuna, sum um hetta mundi er í tungum sjógvi og hevði stóra skuld til kreditorar og til tollvaldi, hevur fleiri síður. Í 1988 tekur 19 ára gamli Jørgen Niclasen studentsprógv mat/fys. deild í Hoydølum og tá hugurin at lesa er góður droymir hann um at fáa sær eina hægri útbúgving. Meðan Jørgen er til seinastu royndirnar í Hoydølum er familjufyritøkan har pápin er stjóri um at fara á heysin og áðrenn studentsprógvið var handa setur Jørgen saman við beiggjunum 500.000 kr. í nýggjum partapeningi í felagið sum allur ferð til at rinda tollskuld. Sambært skjølum sum Jørgen Niclasen valdi at almenna kunngerða í Miðlahúsinum er tollskuldin tann 20. august 1989 uppgjørd til 2,3 mió. kr. og við nevnda inngjaldinum er samlaða tollskuldin við rentum beint omanfyri 1 mió. kr. Av rakstrarroknskapi, sum er latin tollvaldi-

Tá ið hann fór frá sum stjóri skyldaði fyritøkan minni toll enn tá ið hann tók við, sigur Jørgen Niclassen.

num fyri 1988, framgongur, at felagið í 1988 hevði eitt rakstrarhall uppá kr. 480.000. Samlaða vørusølan hetta árið var kr. 5,3 mió., og bruttovinningurin var uml. kr. 1 mió. Av fíggjarstøðuni framgongur, at felagið í oktober 1988 hevði eina samlaða skuld uppá kr. 5,3 mió. Av skrivi frá Føroya Tollstovu frá 22. januar 1990 framgongur, at tollstovan í september 1988 hevur lýst úttøku í ognum hjá felagnum fyri kr. 1.629.789. Tað er hetta skuldarbundna felag sum Jørgen Niclasen, sum tá er einans 20 ára gamal, setur sær fyri at bjarga og tekur við sum stjóri í september 1989. Á tíðindafundinum í Miðlahúsinum viðgekk Jørgen Niclasen at hann var óiva naivur men hann var sannførdur um at hann saman við beiggjunum fór at megna at venda gongdini og sæð í bakspeglinum

so áttu hann og beiggjarnir kanska bara at latið alt virksemið hjá N.Niclasen farið á húsagang longu í 1988. Tað sást skilliga á landsstýrismanninum at upphav hansara var í familufyritøkuni P/f N. Niclasen sum var stovnað í 1939 og sum var eitt sera víðfevnt felag við reiðaravirksemi, fiskaframleiðslu og handilsvirksemi. Fyri hann og beiggjarnar var tað ein sjálvfylgja at alt skuldi gerast fyri at bjarga fyritøkuni. Bjargingarroyndir og endin Á tíðindafundinum var greitt frá at tá Jørgen Niclasen tók við stjórastarvinum, vórðu fleiri royndir gjørdar at endurstovna felagið. Skotnar vórðu kr. 500.000 inn í felagið, sum vórðu fluttar til Føroya Tollstovu til niðurrindan av tollskul-

dina. Seinni verður ósemja um, hvussu hesin peningur skal bókast, og tað endaði við, at P/f N. Niclasen góðkendi, at niðurgjaldingin bleiv bókað inn á skuld fyri tíðarskeiðið áðrenn 29. januar 1988. Av málinum framgongur eisini, at Jørgen Niclasen beyð sær til at rinda alla tollskuldina, sum er uppstaðin eftir 1988, kontant saman við mótrokning av innflutningsgjaldi, treytað av at ein samlað loysn fekst fyri felagið. Eisini framgongur, at tollvaldið hevur fingið afturgoldið allan toll, sum viðvíkur vørum, eftir at kreditturin er uppsagdur, við undantaki av uml. kr. 52.182,07, sum landskassin misti. Hetta harmaðist Jørgen stórliga um á tíðindafundinum. Hóast landsstyrið í apríl 1990 játtaði P/f N. Niclasen at strika renturnar, broytti landsstýrið í februar 1994

støðu og avgjørdi, at renturnar ikki kundu eftirgevast. Tað er lítil ivi um, at hetta tók grundarlagið undan felagnum. Tollskuldin viðvíkjandi vørum, útflýggjaðar eftir, at tollkreditturin var uppsagdur, var ikki hóttandi fyri felagið, men felagið megnaði ikki at rinda gomlu tollskuldina, sum var uppstaðin, áðrenn Jørgen Niclasen í september 1989 tók við sum stjóri fyri felagið. Umfatandi kanningar eru gjørdar í málinum, og endin var at Føroya Landfúti í februar 1994 ikki metti, at nakað revsivert er farið fram í hesum máli. Landsstýrismaður í fíggjarmálum Í dag er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og tí er av røttum sett spurnartekin við um hann sum fyrrverandi stjóri fyri eitt partafelag

sum fór á húsagang fyri 20 árum síðan kann í dag sita sum ovasti leiðari m.a. við ábyrgd av tollmálum. Sjálvur hevur Jørgen sagt at hann hevur kunna Løgmann um málið áðrenn hann tók við sum landsstýrismaður og staðfestast kann at Jørgen hevur verið landsstýrisfólk hjá trimum løgmonnum. Núverandi løgmaður hevur fyri kortum staðfest at hann hevur álit á landsstýrismanninum: “ …. Málið snýr seg hvørki um rættligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini. - Hetta málið er ein spurningur um hansara persónligu bakgrund at taka við einum starvi sum landsstýrismaður. Veruleikin er, at Jørgen Niclasen hevur verið valdur í Landsstýrið tríggjar ferðir, og valdur av føroya fólki í Løgtingið seks ferðir síðan tollmálið. Við hesum huga, vildi tað verið eitt sindur margháttligt, um júst hetta 20-25 ára gamla tollmálið nú skuldi havt við sær, at Jørgen Niclasen misti sín landsstýrisess, vísir løgmaður á….” Men í politikki er tað til seinast veljarin/borgarin sum skal hava álit á skipani og her er eingin loyna at málið hevur fylt nógv í almenna kjakinum hóast tað framvegis ikki er prógva at Jørgen snýtti og svikaði sum annars Kringvarp Føroya og portalurin hava roynt at víst á. Málið er kært til fjølmiðlanevndina og tað verður áhugavert at síggja hvat niðurstøðan hjá nevndini verður og um málið eftirfylgjandi fær eitt eftirspæl.


9

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

Um Gadus Neptun

General: This specification describes a Fishing Vessel designed as a twin-screw driven Stern Trawler with good sea keeping qualities, outfitted for botto mand pelagic trawling operations year round and with processing and freezing facilities of the catch. Hybrid Propulsion: Two (2) main engines of 2450 kW at 720rpm. Two (2) aux. engines of 750 ekW at 1800rpm. Two (2) propellers, diameter (approx) 3500. Two (2) single input/ single output reduction gear. PTI aft end. Two (2) PTI electrical engines of 2200 kW Rudder: Two (2) off high lift rudders to be installed. Thruster: One (1) tunnel thruster, fwd. of 600kW at 1200rpm. Controllable pitch propeller, fixed rpm. Stabilizing tanks: two(2) passive stabilizing tank on C deck.

FIMM NORÐOYINGAR VIÐ NÝGGJASTA TROL ARANUM HJÁ R Ø KKE ”GADUS NEPTUN”

Deck cranes: One (1) deck crane at C deck (fwd), 3.5 t One (1) deck crane aft on trawl, 8.0 t One (1) deck crane SB midship, 2.0 t Main Deck equipment: Three (3) Trawl winches, 55 t Eight (8) Sweepline winches, 18.0 t Three (3) Gilson winches, 20 t Two (2) Outhaul winches, 15.0 t One (1) Cod end winch, 15.0 t One (1) Net sounding winch One (1) Net drum winch, 30.0 t/ 25 cum Two (2) Ice trawl gallows Processing : The factory to be equipped for the following main processing routine: Two Fish receiving bins aft. HG processing Equipment , by catch and gut processing . Catch to be stored in freezing hold. Main particulars (approx): Length overall Length between p.p. Breadth moulded Depth main deck Max. draft midship Max. scantling draft midship

Í hesum mánaðinum fer Gadus Neptun, seinasti av trimum supertrolarum hjá Røkke av barkastokki av Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi. Sambart heimasíðuni hjá Havfisk, sum er navnið á felagnum, sum fyrr kallaðist Ager Seafood er hetta sum sagt triði trolarin í eini røð uppá tríggjar. Havfisk hevur valt at brúka nøvinini á havgudunum, nevniliga Gadus Njord, Gadus Posaidon og Gadus Neptun. Við royndum frá skipunum í frálandavinnuni, eru nýggju trolararnir evnaðir til. Skiparin á Gadus Njord, ið er systurskip til Neptun, sum norðoyingarnir skulu umborð á, sigur við Hav-

fisk heimasíðuna, at skipið er eitt ótrúligt sjóskip bygt til framtíðina. Vit hava allar nýggjastu útgerð umborð, og eina framkomna fabrikk , sum minkar fysiska arbeiðistrýstið á manningina. Raksturin á Njord hevur víst, at hetta slagi av trolarum gevur effektivari veiðuúrslit. Á brúnni hava vit alt tað nýggjasta innan navigatión og tól at leita eftir fiski við. Fabrikkin hevur sera høga framleiðsluorku og kann framleiða 80 tons um samdøgrið. Skipið er fyrst og fremst ætla at fiska hvítan fisk, sum tosk, upsa og hýsu, men hevur eisini orku til rakjuveiðu. Roy Reita, konsernstjóri

hjá Vard sigur, um fyrsta trolaran: Tað gleðir okkum at hoyra at fyrsti trolarin í røðini hevur havt nógv betri fiskiskap enn vit roknaðu við. Vit eru stoltir av at vera teir, sum hava evnað hesar trolararnar til saman við Havfisk. Manningin hevur sera góðar umstøður umborð. Sagt verður, at skipið er ætlað til eina manning uppá 25 og við vanligum rakstri, hevur hvør persónur egið kamar. Lagt verður afturat, at í bakborð síðu aftanfyri á búnni er ein heitur pottur, har fólk kunnu stytta sær stundir á frívakt. Trolararnir eru 69,8 metrar langir og 15,6 metrar

breiðir, lastarrúmið er 1350 fermetrar til støddar og skipið er merkt 3441 bruttotons. ”Gadus Neptun” fer eftir ætlan tekniskan royndartúr 14. Februar og á royndarfiskiskap 19. Februar. Nógvir føroyingar fara við Gadus Neptun, fimm norðingar eru so á øðrum skiftinum, tvær manningar hoyra til skipið, og aðrir føroyingar eru eisini á hinum skiftinum..Teir fimm norðingarnir eru : Atli Hansen, Johannes Sivertsen, Magni Hansen, Jóannes Næs og Kristian Christiansen.

Capacities (approx): Fuel oil: Fresh water: Water ballast: Freezing hold: Meal hold: Packing hold Performance, Trial speed: 69.8 m 62.4 m 15.6 m 6.85 m 6.5 m 6.5 m 600 m3 150 m3 600 m3 1200 m3 140 m3 150 m3 Vessels trial speed at d = 5,5 meter to be appro x 14,2 knots in calm weather and with clean hull. Class: +1A1 Stern Trawler, E0, CLEAN CLASS, T- MON, Silent F,ICE B (Hull only). Classification Society under this institutions survey and according to its rules and regulations. Accommodation: The vessel to have accommodation for a total of 25 persons. Safety equipment: One (1) MOB boat, approx 70 hp, with elect ric start and remote control. One (1) life jacket to each person on board. In addition 2 suits placed on bridge, 2 in engin e control room and 2 offshore immersion suits placed nearby MOB boat.


10

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

Tormóður Stórá, yvirlæni og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata Fundurin varð væl vitjaður

TUNGLYNDI ER EIN VANLIG SJÚK A Fimti hvør dani verður eina ella fleiri ferðir í lívinum raktur av tunglyndi. Sjúkan er helst meira vanlig í Føroyum, tí vit liggja longur norðuri á hálvkúluni, og myrkur kann geva vetrartunglyndi. Tað sigur Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska deplinum Í vetur hevur felagið Sinnisbati havt fundir kring landið, har yvirlæknin Tormóður Stórá hevur greitt frá, hvat tunglyndi

ella depressión er, hvørji eyðkennini eru, og hvussu fólk kunnu fáa hjálp fyri tunglyndi. Hóskvøldið í seinastu viku helt Tormóður Stórá fyrilesturin fyri fullsettum hølum hjá Sinnisbata í Havn. Hann greiddi gjølla frá teimum ymisku sløgunum av tunglyndi og legði dent á, hvussu vanligt tunglyndi er. Fólk eiga ikki at krógva sítt tunglyndi, men at leita sær hjálp, jú fyrr jú betur. Tað hjálpir at tosa opið um tað, so familja og onnur skilja, hvat bagir, tá ið á stendur. -Fólk, sum eru álvarsliga sjúk, hava krabba, blóðtøpp í heilanum til dømis, eru í størri vanda fyri at verða rakt av tunglyndi. Tey hava verri við at koma fyri seg aftur, tí tey missa neistan til at stríðast, segði Tormáður Stórá. Pínufull sjúka Hann nevndi, at tunglyndi er ein nógv meira vanlig sjúka, enn vit halda.

Tunglyndi er ein pínufull sjúka, sum ávirkar lívsgóðskuna og hevur álvarsligar veliðingar. Men sjúkan kann fyribyrgjast og viðgerast. - Mett verður, at helvtin av teimum, sum tak lívið at sær, eru tunglynd, og eins og við nógvum øðrum sjúkum, er lættari at fáa hjálp, jú fyrr sjúkan verður staðfest. Hvussu vanlig sjúkan er, lýsti Tormóður Stórá við hesum orðum: - Í hesi løtu eru 1400 fólk í Føroyum sinnistyngd, og 1200 fólk eru lættari sinnistung. Haraftrat koma við við duldari sinnityngd. Sinnistyngdin hevur ymisk andlit. Summi uppliva. At tey hvørki tíma ella orka nakað, summi leggjast í sengina, og summi gevast við at eta. Tað er ikki ókent, at børn eru sinnistung, men møguleikin fyri at fáa sjúkuna, økist við árunum. Nøkur sleppa við bara eina ferð í lívinum at vera sinnistung, men hjá ungum

fólkum hendir tað eina ella tvær ferðir um mánaðin. Ofta hendir tað hjá fólkum, sum hava verið fyri stórum sálarligum trýsti. Vetrartunglyndi er væl kent, og har hjálpir ljósviðgerð væl. Vetrartunglyndi vísir seg ofta við øktari trongd at sova, svøvnólagi og øktum matarlysti. Øll eru ikki greið yvir, at tey eru sinnistung. Hjá teimum vísir tað seg ofta við at hava ilt í høvdinum, møði, ampa og haav ilt onkrastaðni í kroppinum. Tunglyndi rakar ofta menn í 40-50-árunum. Teir kenna seg útbrendar, tómar, móðar og strongdar. Teir eru pirriligir ella illir. Teir fara ofta ikki tillækna, men teir grava seg niður í arbeiði ella drukna trupulleikarnar í fløskuni, segði Tormóður Stórá. Feiltulking Hann nevndi, at sinnistyngd hjá eldri fólkum ofta verður feiltulkað sum demensur. Tá ið eldri fólk hava ilt við at savna seg og broyta aft-

ferð, verður ofta hildið, at tey eru demens. Men ofta er tað sinnistyngd, sum bagir. Fleiri kvinnur gerast tunglyndir í sambandi við barsil. Nú verður kannað. hvussu kvinnur hava tað, eftir at tær hava átt. Hesum taka heilsurøktarfrøðingarnir sær av.

Fleiri ortøkir Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at fólk fáa tunglyndi: Misbrúk, kríggj, vanlukkur og í øðrum londum eisini píning, fongsulsrevsing, harðskapur og neyðtøka. Missur, hjúnarskilnaður, einsemi, arbeiðsloysi kunnu eisini útloysa tunglyndi, eins og at missa hús, bil, bát ella eitt húsdjór. Á sama hátt sum arbeiðsloysi, stríð i familjuni og millum grannar, flyting og at fara frá við eftirløn. - Sinnistyngd er tann mest vanliga sálarsjúkan, vit kenna, segði Tormóður Stórá. Hann segði, at neyðugt er at kenna sjúkraeyðkennini og leita sær hjálp sum

skjótast. Eru fólk illa fyri, er besta viðgerðin heilivágur og samtaluterapi. Annars hjálpa frísk luft og motión væl. Men eru fólk veruliga illa fyri, kann vera torført at fáa tey út at ganga. Ofta er torført hjá familju og vinfólki at skilja støðuna. Tey eiga hvørka at draga ella skumpa tann sjúka í gongd, og tað ringasta, tey kunnu siga er: ”Tak teg saman”. Heldur eiga tey at spyrja varisliga, um tey ikki skulu spáka sær ein túr saman. Summi fólk gerast so sjúk, at tey mugu innleggjast. Tað er serliga, tá ið tey eru í vanda fyri at taka lívið av sær. Á fundinum varð spurt um eitt og annað, og Tormóður Stórá legði stóran dent á, at tunglyndi er einki at skammast við: - Tað er tí, eg eri her í kvøld, segði Tormóður Stórá.


11

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

HVÍ RESSAST NÚ ? Eg taki fult og heilt undir við teimum, sum mótmæla ætlanunum hjá Bank Nordik um at flyta kassaavgreiðsluna úr Klaksvík. Sjálvandi skal Bank Nordik hava eina kassaavgreiðslu her.

Men tá tað er sagt, so undrar tað meg stórliga, hvar allar hesar atfinningarsomu røddirnar vóru, tá Bakkafrost kunngjørdi, at teir nú fóru at lukka alt virksemi á Kryvjing í Klaksvík niður. Her er talan um umleið 40 arbeiðspláss, sum verða flutt úr býnum. Var tað torført at síggja álvaran í at 40 arbeiðpláss fluttu úr

býnum? Eg hoyrdi skelkandi fá mótmæli móti hesi ætlan tá og heldur ikki seinni. Má siga at eg undrist. Eftir míni metan er tað nógv meir álvarsamt, at 40 arbeiðspláss fara úr býnum, enn at ein

kassaavgreiðsla letur aftur. Bæði vera gjørd fyri at effektivisera. Hví ressast fólk nú, men harafturímóti søgdu lítið og onki, tá tað bleiv kunngjørt, at umleið 40 arbeiðspláss skuldu úr býnum ? .

Eg ynski als ikki at verja Bank Nordik, men eg meti málið viðv. 40 mistum arbeiðsplássum í Klaksvík hjá Bakkafrost, nógv meira álvarsamt. Harafturímóti hevur BankNordik samb. John Rajani ætlanir um at

gera íløgur í býin og tað fegnist eg sum býráðslimur um. Eg vóni at henda satsingin hjá Bank Nordik í Klaksvík fer at geva fleiri arbeiðspláss. Bankin skal vera hjartaliga vælkomin at byggja út sítt virksemi her

norðuri. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Býráðslimur.


12

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

: ð r e f a s e h n i t e Ú t is

”Har du en ” ? g i m l i t g n i k læ dn Navn? Mannbjørn Anthoniussen

Tað eru nógv góð ting við Danmark, men um eg skal nevna eitt, so má tað nokk verða tað persónliga frælsi til at liva sum einum lystir.

Parlagsstøða? Stakur

Hvat er tað ringasta? At Danmark er við til at boykotta Føroyar! (makrelmálið)

Hvar býrt tú? Keypmannahavn Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við? Eg lesi enskt og film&media á Københavns Universitet. Hvat fekk teg av landinum? Tað ber ikki til at lesa enskt í FO, so har var onki at gera. Hvussu leingi hevur tú verið útiseti? 4 og eitt hálvt ár Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað? Ja eg trívist væl. Nógvir føroyingar eru í grannalagnum, og fittir flokksfelagar. Hvat tekst tú við eftir skúlatíð/arbeiðstíð? Spæli tónleik, fótbólt, telvi og ymiskt annað. Hvat er tað besta við Danmark?

Ætlar tú tær heimaftur? Ja avgjørt! Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar? Tað eru nógv ting. Familja og vinfólk. Maturin. Ikki at hava møguleika at fara niðan á plenuna tá KÌ spælir… Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum? Dóttrini. Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara? Ein týpiskur danskari á mínum skúla hevur eina øgiliga trongd til at fortelja lærara og næmingum alt sum hann hevur lisið og veit um dagsins evni. Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying? Føroyingar halda seg sum oftast í bak-

grundini. Seta seg ofta aftast og siga onki uttan so at teir verða spurdir. Men um man fer ein túr í Fields, so sær man ofta menn í tuflum og puntitum skjúrtum, og við einum bygdasligum gongulagið. Tá veit man bara at hatta eru føroyingar. Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg? Eg skuldi einaferð keypa mær ein klædning. Eg spurdi sølumannin: ”Har du en klædning til mig?” Hann skilti ikki hvat eg meinti við, men tað er kanska ikki so løgi, tí at klædningur eitur ’jakkesæt’ á donskum.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár? Í Klaksvík vónandi. Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her: Koyr á KÍ Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð? Ingolf Gaard

TÍÐANDI TILTØK MENNA BÝIN at tað gerast fleiri í løtuni. Vit hava eitt sera væl útgjørt og samanhangandi ítróttarøki við tveimum samanbygdum ítróttarhallum, fótbóltsstadion og svimjihøll. Her eru framhaldsskúlar eftir fólkaskúlan. Eitt vælvirkandi sjúkrahús, bókasavn, fornminnasavn, Spaniastova, aðrar mentanarpallar og kykmyndahøll. Innan hesar karmar virkar ein hópur av ymiskum aktivitetum, sum tilsamans gevur tað spennandi býarlív, sum Klaksvík kann bjóða.

Fyri handilslívið í Klaksvík hevur tað stóran týdning, at tiltøk javnan eru í býnum. Hetta er gott og savnandi fyri býin. Tí er umráðandi, at býráðið skapar góðar karmar og bakkar upp um tey, ið skipa fyri tiltøkum. Sum býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu fegnist eg um øll tey mongu, sum skapa nakað her í kommununi . Her hugsi eg bæði um vinnuvirkir, handlar, matstovur, skúlar, mentanartiltøk, ítróttarkappingar og um einstaklingar, sum virka og

skapa virði innan hesi øki. Í hesum sambandi kunnu vit nevna Torradagarnar, sum standa fyri framman. Í summar hava vit so Norðoyastevnu, Summarfestival og Føroya Sjómannadag. Í December mánaða kemur jólaskipið. Og eftir ætlan

verður Fish-Fair í Klaksvík komandi ár. Tað eru óivað nógvir aðrir ótroyttir møguleikar. Fjølbroytt býarlív Í Klaksvík er eitt stórt tal av handlum og matstovum. Hugaligt er eisini at síggja,

Fleiri vitjandi tá tiltøk eru í býnum Kappingar, stevnur, festivalar, dystir, ráðstevnur og onnur tiltøk hava eisini týdning fyri handlarnar í býnum. Til hesi tiltøk koma gestir, sum gera brúk av møguleikunum. Her eru ongi hagtøl at

vísa til, men sambært fleiri handilsfólkum í Klaksvík, so merkja tey týðiligan mun á søluni , tá tiltøk eru í býnum.

Umráðandi at stuðla núverandi og nýggjum tiltøkum Tað er sera týðandi, at vit standa saman um tey tiltøk, sum eru í býnum. Hvørt einasta tiltak gevur sítt íkast - ikki minst til handilslívið. Vit síggja bara hvussu nógv fólk vitja í Klaksvík á Summarfestivalinum og alla ta vikuna. Her tosa vit um umleið 10.000 vitjandi. Summarfestivalurin er høvuðstiltakið í býnum, men øll hini tiltøkini fáa eisini nógv fólk at leggja leiðina norður hendanvegin. Tí er umráðandi, at Klaksvíkar Býráð heldur fram at stuðla og stimbra fyriskiparar og íverksetar í kommununi, so vit bæði varðveita og menna tað verandi, og eisini lofta nýg-

gjum hugskotum, stórum sum smáum. Ferðavinnan Trúgvi at nógvir ótroyttir møguleikar eru í ferðavinnuni í Norðoyggjum, tí vit hava nógv at bjóða uppá av vakrari náttúru. Fleiri ferðamannaskip vóru í Norðhavnini í fjør og higartil hava 10 skip boða frá, at tey koma her í 2014. Hetta er ein vinna, sum vit hava staðið saman um og ment. Vónandi fara vit at síggja fleiri fruktir av hesum arbeiði í framtíðini. Her eru stórir møguleikar . Vit hava tær føroysku alpurnar, vakrar kirkjur og nógv annað vakurt. Umráðandi er at allir aktørar arbeiða saman, so vit náa besta úrsliti. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur býráðslimur


13

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

SO NÓGV FISK AÐU YMISKU BÁTARNIR Í JANUAR Januar mánaði royndist í nøgd best hjá Jákup B og Kallanes, tá vit hugsa um bátarnir í Klaksvík. Vit hava fingið nøkur av tølunum fyri nøgdirnar hjá bátunum, ið eru skrásettar hjá fiskiveiðueftirlitinum í januar. Av línubátunum gekk best hjá Jákup B, meðan Kallanes fekk mest av útróðrarbátunum. Niðanfyri eru nøgdirnar í kg fyri nakrar av bátunum í Klaksvík. Trolarar: (Upsi) Grønanes 60.260 kg Safir 78.419 kg Smaragd 79.534 kg

Línubátar: (Toskur, hýsa, longa og brosma) Kvikk 37.638 kg

Núpur 38.081 kg Jákup B 82.310 kg

Útróðrabátar: (Toskur og hýsa) Brandur 15.994 kg

Kallanes 32.655 kg Bragd 13.293 kg

HASSJPL ANTASJUR Á HVØ RJUM TANGA honum væl.

RANDI JACOBSEN

Føroya rættur fór fyrrapartin mikudagin undir eina langa røð av rúsevnismálum, og ein stórur partur av hesum málum snúgva seg um, at fólk hava dyrkað skunkplantur. Tilsamans eru 454 plantur funnar í hesum málunum. Fyrrapartin mikudagin vórðu trý mál viðgjørd. Fleiri mál vóru á skránni, men tveir av teimum

ákærdu vóru í Danmark og søgdu seg ikki eiga fyri ferðaseðilin heim. Ein triði hevði júst sakførara. Ein 46 ára gamal maður og ein 37 ára gamal maður, sum báðir játtaðu seg sekar, greiddu gjølla frá arbeiðsmátanum og høvdu stóra vitan um plantur og

laboratoriiútgerðina. Vitanna høvdu teir ognað sær á internetinum. Tann 47 ára gamli maðurin noktaði, at hann heði ætlað at selt. Hann hevði ongantíð selt, men okkurt hevði hann givið burtur. Hann dyrkaði bara til egna nýtslu. Sum av-

lamispensjoinistur hevði hann ikki ráð at keypa til stóru nýtslu sína. Hann kendi seg væl, tá ið hann roykti, hann gjørdist fyltur við kærleika, sum hann oysti út til øll, segði hann. Maðurin hevði ymiskar likamligar trupulleikar, og skunkið gjørdi

Helt hondina yvir vinmanninum Tann 37 ára gamli maðurin er ákærdur saman við einum øðrum manni at hava havt plantasju. Í fyrstuni hevði hann sagt við politiið, at hann hevði einsamallur ábyrgdina, men seinni segði hann politinum, at hann og vinmaðurin, sum búði hjá honum vóru felags um verkið. Hann ætlaði í fyrsta umfari at verja hin mannin, men seinni kom hann eftir, at hetta ikki var rættvíst. Hann segði seg ikki hava selt nakað. Fyrr hevði hann roykt illa, men nú hevði hann lagt av. Eina ferð kom sami maður við flogfari úr Danmark. Hann var ikki meira enn komin í lland, tá leyp

hassjhundurin á hann. Tollararnir funniu nøkur gramm av amfetamini og hassji í einum sápudunki. Hann átti einki í hesum, segði hann. Hann hevði verið á Roskildefestivalinum, og har mundu sápudunkar vera komnir í bland. Hann hevði heldur ongantíð brúkt hørð evni, segði hann. Ein 38 ára gamal maður noktaði seg sekan í at hava havt plantsju. Maðurin búði í tvíhúsum, og grannin hevði lykil til hansara hús. Tá ið politiið rannsakaði hus hansara, vórðu nakrar plantur og útgerð, men maðurin segði, at tað má hava verið grannin, sum hevði sett hetta inn. Sjálvur roykti hann ikki skunk. Eingin dómur í hesum málum varð sagdur í dag (mikudag).


14

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

ER L ØGNI LUTURIN PARTUR AV ONKRUM VÁPNI ?

Skrivað hevur Oliver Joensen 03.02.2014 - 21:19

Vit á Norðlýsinum hava verið eitt sindur víða um, í royndini at finna útav hvat hetta er fyri ein lutur, sum bleiv funnin við Mækjuvík aftaná uppgangin í vikuskiftinum. Men tað hevur ikki eydnast okkum at koma nærri, og tó, Artisk Kommando, ella tað, sum eftir er av Færøernes Kommando vísti áhuga fyri lutinum. Vit sendu ein mail til teirra og svarið var soljóðandi: ”Kære Oliver Joensen Tak for din henvendelse om fund af en ukendt ammunitionslignende gensand. Ud fra billederne vurderer vi den som værende ufarlig, men for en sikkerheds skyld, vil jeg bede jer om at lade være med at flytte på den.

Vi planlægger på at tage op til jer i uge 8 for at lave en identifikation og rydning af den, som en øvelse. Herved kan i også få flere detaljer om hvad det er. Med venlig hilsen Ove Ritter seniorsergent

, ík v ju k æ M á in n n u f r L ø gin lu tu nú e f tir ó dnar ve ðr ið

kum fyri ymsastaðni hvat ikki útav, men tað kundi dlan og tan eys Nú ur. veð heta kann vera, men ikki sæð út sum eitthvørt min fan í, a leik a hav ur ing n- syn fingið svar. Skrivað hevur Oliver Joe litert, og innan luktaði n luti dan hen n nse Ha us Jan sen 02. 02. 2014 - 18:19 luturin av onk rum í lýktist í fjørðini við Borðoyarvík. krúti. Vit hava spurt okHvat hetta er, funnu vit Mangter at finna, um tú fert á reksstøð eftir ódnar-

Vagthavende befalingsmandd” Tað, sum er eitt sindur forvitnisligt í svarinum er, at teir brúka orðingina ”ammunitionslignende gen-

stand”. Meira fingu vit ikki at vita, men teir koma so at hyggja at lutinum um tvær vikur, so tá fáa vit helst teirra boð uppá um hetta er nakað militert.

nordlysid.fo

FACEBOOK VIÐMERKINGAR ”Kanska hesin luturin er frá skjótivenjingum sum sjóðverjan plagar at hava við føroyar.” ”Sær út sum eitt flot av onkrum slagið ?” ”kanska ein granat!” ”bumba” ”Hatta er eitt stir.” ”Møguliga eitt útstoyt tvs bakpottur nú havi eg bara googla ymiskt.. tó ringt at siga tá ið man ikki sær nakað sum kann identifisera lutin.” ”Missil ella hvuss tað nú stavast.,.,” ”hattar sær ikki matari út enn ein aktombomba”

Sig tína meining á nordlysid.fo


15

NORÐLÝSIÐ NR. 5 FRÍGGJADAGIN 7. FEBRUAR 2014

Klaksvíkar Samkomuhús 1897 – 1971

ÁRINI 1921 -1936 Andras Sólstein Norðoya Fornminnasavn

Framhald frá seinasta blað

1934. 25. juni Nevndin kemur saman til fund at viðgera hvat skal gerast við radio-málið. Nevndin hevur fingið upplýst, at tann útgerð ið skal til, fyri at radio kann nýtast til dans, kemur at kosta uml. 150,- kr. Hettar var hildið at vera nógvir pengar at gjalda. Eitt uppskot var at lata H. J. Johannesen radio. Hann kundi gjalda nakað í 1934, men ikki taka tað til sína ogn fyrrenn hetta mál var góðkent á aðalfundinum.

Árini frá umleið1920 og nakað fram eru merkt av at fáir limir møta til aðalfund, og fleiri nevndarskifti eru í ótíð. Onkur sum er valdur sigur seg frá og onkur tekur ikki við valið. Júst hvat er orsøkin til ruðuleikan, gongur ikki greitt fram í gerðabókini. 1921. 20. februar Aðalfundur, men av tíð at so fáir eigarar við atkvøðurætti møttu, kundi eingin avger takast í nøkrum máli, tí bleiv fundurin útsettur til 27. feb. Tá møta 23 eigarar við atkvøðurætti. Eitt bræv er komið frá Jacob Vitalis og Esbern Joensen, um samkomuhúsið vildi gjalda helvtina av 70 kr. nevniliga 35 kr. fyri eina harmoniku og eina trummu sum stóðu uppi á loftinum, og sum skúladreingirnir hava oyðilagt. Nevndin helt ikki at samkomuhúsið var partur av hesum málið. 1921. 27. mars Eru bert tveir limir í nevndini, S. F. Hansen og Jacob Vitalis. Teir lýsa til aðalfund og skrivað, at um ikki fleiri eigarar møta til fund, so mátti húsi steingjast, eisini fyri skúlan. Tí óskilið varð vorið so stórt, at tveir mans einsamallir kundu ikki taka ábyrgd av húsinum. Viðtikið varð at hækka leiguna fyri skúlastovuna og fimleikahølið við minst 200 kr. frá 900 kr. til 1100. kr. um ári. 1922. 15. oktober Viðtikið at halda ársveitslu og 25 ára dagin. Skotið varð upp, at halda veitsluna 22. nov. ella sum skjótast eftir hendan dagin. 1923. 4. februar Viðtikið at um fólk ynskja tað, skal nevndin hava rætt til at keypa upp til 16 lutabrøv fyri 25.kr. Eisini skal bøtast uppá húsið, tað skal

við formanninum neyðuga fullmakt at samráðast við hann um lønarviðurskifti.

1935. 3. februar Viðtikið varð, at húsið kundi keypa lutir frá teimum eigarum, ið vildu selja. Prísurin skuldi vera 25,- kr. fyri hvønn lut, men tó so, at húsið kundi ikki keypa fyri meira enn 1000 kr. um ári í lutum. Sølan av radionum bleiv tó tikin aftur, og ístaðin bleiv samtykt at keypa útgerð fyri uml. 150,- kr. so radio kundi nýtast til dans. At byggja afturat húsinum bleiv ikki samtykt. málast uttan og innan. Tó ikki uppi á loftinum enn, tað verður gjørt tá ráð er til tess. 1924. 17. februar Aðalfundur, lýstur tríggjar ferðir. Roknskapurin góðkendir, og eisini rokningin fyri umvælingina av húsinum av skaðanum, (húsbrotinum), í januar mánað. 1925. 8. februar Tosað varð um broyting ella sølu av húsinum. Eisini bleiv avgjørt at tosað við sjónleikarafelagið um eina lagaliga skipan. 1926. 7. februar Føroyskur dansur skal vera øll høgtíðarkvøld, og enskur dansur tá duravørðurin metir tað vera hóskiligt. Suðurendin skal klæðast við jarni, og nevndin skal tosað við sjónleikarafelagið um broyting av húsinum.

1927. 23. oktober Nýtt gólv skal leggjast í tað gomlu stovuna, 5/4 ella 1½ tumma við. Umvæla vindeyguni. Fyri enskan og føroyskan dans verður prísurin settur til 50 oyru, og 25 oyru um tað einans er føroyskur dansur. Talvfelagið skal gjalda 25 kr. fyri restina av hesum árinum og tónleikafelagið 65 kr. fyri sama tíðarskeið. Teinleikafelagið skal fáa helvtina av tí enski dansurin gevur, og so skula teir eisini halda egnan duravørð afturat.

1930. 9. februar Viðtikið varð at nevndin skuldi arbeiða fyri at skaffa eitt radioapparat og eina ljósmaskinu. Barnadansur kann vera eina ferð um mánaðin um summarið, triðja jólakvøld, trettandakvøld og føstulávintskvøld. Føroyskur dansur kann vera annaðhvørt kvøld og høgtíðarkvøld. Lønin til duravørðin kann vera upp til 15% av inntøkunum, og harumframt kann duravørðurin fáa hjálp tá á stendur.

1928. 5. februar Vala um húsini og viðtikið at taka av tilboðnum frá Esbern Joensen at mála húsi innan fyri 460,- kr. Tilboðini vóru annars 485,kr. 696,- kr. Og 740,- kr.

1931. 3.apríl Roknskapurin góðkendur, nevndin afturvald og viðtikið var at gjalda fyri tær elektrisku installatiónirnar.

1929. 3. mars Viðtikið at mála húsini uttan.

1932. 13. apríl Roknskapurin góðkendur, nevndin afturvald og viðtikið at mála húsini uttan.

1933. 2.apríl Viðtikið varð at keypa eitt ”radioapparat” fyri 500,kr. 1934. 29. mars Arbeitt verður við at keypa grundstykki eystanfyri húsið, ímóti ánni. Broyting av húsinum, møguliga umbygging ella sølu til niðurríving, harav sjónleikarafelagið luttekur við einum 1/4 parti, og tryggjar sjónleikarafelagið sær samstundis ein 1/4 part av inntøkunum, men treytin er sjálvandi, at húsið verður innrættað soleiðis at møguleikar vera gjørdir betri fyri at spæla sjónleik. 1934. 24. apríl Viðtikið at keypa ta neyðugu útgerð til radio, soleiðis at hettar kann nýtast til dans. Roynt verður at fáa ein álítandi duravørð, og um ein sovorðin álítandi maður fæst, verður tað gi-

1936. 8. februar Tosað var um at umvæla vegin til, og uttanum samkomuhúsið, tilbygging av húsinum og umvæling. Ein ætlan skal gerast fyri útbygging. Hendan útbyggingin skal rúma sjónleiki og biografi. Fleiri vindeygu eru rotin, og tað er eisini rotið rundanum vindeyguni. Leigan av húsinum bleiv sett til 20,- kr. Fyri Totalstovuna 5,- kr. Og útleiga til dans, 30,- kr. um kvøldi. Hvørki Norðlýsið ella Norðoya Fornminnasavn eigur nakra mynd, sum er tikin inni í dansistovuni, so tað hevði verið áhugavert um onkur lesari átti nakra mynd. Les framhald í næsta Norðlýsið.


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

Jákup B og Líðhamar Myndin er eftirgjørd

FISKISK APURIN Á LEIÐ SUM Í 93 Tað sigur Óli Matras Lassen, stjóri á P/F EFHO, sum eigur línubátin Jákup B og útróðrarbátin Líðhamar. Vit hava verið fyri tveimum óhappum í seinastuni, sigur Óli M. Lassen, stjóri, fyrst var tað Jákup B, sum breyt trekstongina á veg á Flemish Cap í fjør og síða-

ni var eldur í lugarinum á Líðhamri fyrst í hesum árinum. Tó, nú eru bæði skipini í drift, Líðhamar fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldi,

og hóast veðri hevur verið vánaligt allan januar mánað og fiskiskapurin eisini hevur verið í lakara lagi, so hevur Jákup B fiska fyri eina millión í januar og

tað er ikki verri enn ilt. Eg havi hugt eitt sindur eftir veiðutølunum fyri fiskiskapin við Føroyar, og eri komin eftir, at fiskiskapurin í 2013 hevur verið

somikið vánaligur, at hann kann sammetast við fiskiskapin undir Føroyum í 1993l, sigur Óli Lassen at enda, og leggur afturat, vit kunnu ikki annað enn

vænta frægari tíðir fyri framman.

NÚ SÆR EIT T SINDUR FRÆGARI ÚT Tað segði skiparin á Grønanes, Agnar Joensen, tá vit ringdu umborð mikudagin. Grønanes samtrolar við Vesturtúgvuna og teir eru á leið ímillum Nólsoyarbankan og Sandoyarbankan.

Sigast má, at tað hevur viðra ótrúliga illa seinastu tíðina. Fiskiskapurin hevur tí eisini verið hareftir, tað er næstan ikki komi fyri, at vit ikki hava ligið bak fleiri dagar á túri. Men eftir tí vit síggja sjálvir og hoyra frá hinum bátunum, so er frægari at fáa nú. Hetta er besta tíð hjá okkum nú várfiskiskapurin stendur fyri. Í fjør var várið at kallað miseydnað til fi-

Grønanes

skiskap, men tað vit síggja frá trolarunum í ár, ber boð um at útlitið fyri várinum er betur. Vit høvdu 7 kør í gjár, onkran annan dagin 14 kør og onkur bátur er komin upp í 39 kør. Tó vit hava onki í lastini enn, tí vit loystu ikki á Klaksvík fyrr enn náttina til mánadagin, segði Agnar Joensen, skipari á Grønanes í telefonsamrøðu mikudagin. Sum sæst á skip.fo, so er trongt á økinum ímillum Sandoyarbankan og Nólsoyarbankan einar 30-40 fjórðingar suður eystur úr Svínoynni.


Nordlysid nr 05 2014