Page 1

HURÐIN

- Jákup Mikkelsen besti málverji 2005

59,95 Ristorante Pizza, 5 stk. ...........100,00 Hamburgarryggur, pr. kg. .........

www.nordlysid.fo NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

Ambulansutænasta hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið við Atlantic Helicopters

Onki svar fingið enn

Sjálvandi væntaði eg ikki svar frá Kl. Kommunu, tí tað fáa bara nøkur fá útvald. Takki fyri siðiliga kjakið í Norðlýsinum og sigur tað mær, at tað ruggar ikki alt rætt innan Býráðsins gátt Tyrlutænastan hevur havt eitt sera gevandi samstarv við ambulansutænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni.

TELDUPOSTUR

*

Oliver Joensen : nordpres@post.olivant.fo

*

John William Joensen : jwj@nordlysid.fo


2

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

LEIÐARIN

Eru vit nóg dugnalig at fáa burturúr tilfeinginum? Tá ið tosað verður um tilfeingið, so verður oftast tosað um fisk og olju, men fjøllini og seyðurin er eisini partur av tilfeingi okkara. Hvørt heyst hesi seinastu árini, hava vit hoyrt brennistøðirnar lýsa við ymiskum reglum fyri hvussu burturkast av heystinum skal viðfarast. Nógv hevur eisini verið frammi í fjølmiðlunum um skinnini og ullina, sum ið alt ov lítlan mun verður gagnnýtt, tað er ein trupulleiki, sum um ikki annað, so hevur ljóskastarin verið settur á hetta og harafturat eru tey fleiri, sum royna at gera meira burturúr at fáa ull og skinn til høldar, sjálvt um vit helst kundu verið komin longur á hesum øki. Men framvegis fer ov nógv av slaktinum burtur. Tað er ikki óvanligt, tá menn fletta ídag, at alt innan í seyðinum fer burtur, blóð, vembur, garnmørar, mørar og annað og hartil er ikki óvanligt at frætta, at eisini høvdini verða koyrd burtur. Tíðir broytast, tað má man siga, tí hyggur tú niður í ein av kontainarunum hjá IRF, ið er settur burturav til at taka ímóti "avfalli" frá heystinum, so kanst tú ikki annað enn hugsa um, at meginparturin, sum ídag blívur tveittur burtur, bert fyri einum ella tveimum ættarliðum síðani bleiv gagnnýtt og tað enntá til matnað. Gamaní eru tíðirnar broyttar. Kvinnurnar ganga ikki heima ídag og taka upp til húsarhaldið, og júst tað, at gera bloðpylsu og annars at taka upp eftir heystinum ber helst illa til hjá teim flestu ídag, tí tað krevur nógva tíð og orku. Men hinvegin áttu vit í nýggju tíðini at funnið nýggjar háttir at gagnnýtt tað, ið vælegnað er til matnað. Í londunum rundanum okkum hava tey verið dugnalig í somáta, sjálvt í Danmark ber til at keypa blóðpylsu og fyri ikki at tala um Ongland og Skotland, so hava tey í hesum framkomnu ídnaðarlondum eisini megnað at brúka ein stóran part av hesum tilfeingi, soleiðis at hetta er lætt atkomuligur og forkunnugur matur at koma til hjá familjuni eisini í 2005. Í mangar mátar eru vit alt ov skjót at gloyma nátúrliga virðið í okkara egna tilfeingi. Um vit bara hugsað aftur til kreppuárini her í Klaksvík, so vóru bátabrúgvarnar á Borðoyarvík um at søkka av fólki, bæði fastløntum og øðrum, sum stóðu á seiðabergi og royndu at fáa sær eitt ískoyti til strongda húsarhaldið og tað var ikki sørt, at fólk sum ikki áður høvdu gjørt knettir og frikadellur, tóku seg saman um at gera eina stóra portión niður í boksina, og tosað var eisini um, hvussu nógvir møguleikar lógu í seiðinum til ymiskar døgurðarættir. Men longur vit fara burturfrá slíkum døgurðarættum, verri verður at fáa fólk at eta slíkt og tað er stórt spell. Tí áttu vit nú at fingið eitt kjak um, hvussu vit millum annað fáa brúkt tilfeingið av slaktinum betur. Alt gott um innflutning av matvørum, men vandi er eisini í tí valferðini, tað hava vit sæð áður og tí eiga vit eisini at brúka okkara egna, og ikki sum nú, byggja út brennistøðir at taka ímóti slíkum sum vit skylda børnum okkara og komandi ættarliðum at gagnnýta.

Elektroniski verkstaðurin á Bumshamri

Teir báðir Petur í Gong og Malvinus í Gong, reka elektronikkverkstað og verkstað til umvælingar av hvítvørum á Bumshamarsvegi 7. Petur í gong sigur, at teir byrjaðu í smáum fyri umleið einum ári síðani, og síðani hevur tað víst seg at vundið nógv uppá seg við arbeiði til verkstaðin. Malvinus er radioteknikari, og hevur eisini arbeitt við umvælingum fyri hvítvøruhandil í Havn og hesa servisuna hevur MP-Teknik yvirtikið, soleiðis at ein stórur partur av arbeiðinum hjá verkstaðnum kemur úr Havn. Men arbeiðið hevur eisini vundið uppá seg í Norðoyggjum og tá vit um ársskiftið eisini keyptu umvælingartól frá APRadio, hevur tænastan viðvíkjandi sjónvarpum, radio og øðrum eisini vundið nógv uppá seg. Vit hava eisini tikið okkum av tænastum fyri fólk heima við hús, har kanska eldri fólk hava ilt við at finna útav øllum teknikkinum, at stilla inn fyri tey og annað slíkt. MP Teknik arbeiðir eisini í hesum døgum við at gera

royndir við "kabel TV", har brúkarar á ein bíligari hátt kunnu fáa fatur á júst teimum sjónvarpskanalum tey ynskja. Til endamálið hava teir útvega sær ein stóran parabol, sum teir skulu gera kanningar við, um hvussu nógvar sjónvarpsrásir til ber at taka niður í Klaksvík. Higartil hava vit ikki gjørt nakað serligt við skip og bátar, men ein lítil byr-

nordlysid.fo

jan er við Auto HIFI , og eisini HIFI til smærri bátar. Vit eru í holtur við at gera

avtalur á ymiskum økjum, sigur Petur í Gong at enda við Norðlýsið.

BRÚDLEYP Leygardagin 26. november kl. 15 giftast í Glyvra Kirkju, Doretha Hansen, Runavík og Karstin Joensen, Klaksvík. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, vera vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 448212, 456428 ella 220606 áðrenn 18. november. Skipað verður fyri farti til Klaksvíkar aftana veitsluna.


3

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Ambulansutænasta hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið við Atlantic Helicopters Tyrlutænastan hevur havt eitt sera gevandi samstarv við ambulansutænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni.

Atlantic Helicopters er vorðið forlongdi armurin hjá ambulansatænastuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og harvið hjá føroysku sjúkrahúsunum. Hans Erik Jakobsen sigur, at allir seks bjargararnir hjá Atlantic Helicopters hava verið á víðkaðum fyrstuhjálparskeiði, sum ambulansutænastan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur fyriskipað undir leiðslu av Jógvan Jensen og Jóhannes

Nielsen, ið arbeiða undir Heilsustýrinum innan tilbúgvingina í Føroyum. Vit hava ynskt eitt slíkt samstarv, sigur Hans Erik Jakobsen tí ein partur av arbeiði okkara er at flúgva fólk, ið eru vorðin sjúk ella komin til skaða og tað er umráðandi tá, at hava eina skipaða mannagongd. Samarbeiði við ambulansutænastuna í Klaksvík undir leiðslu av Sørin Djúrhus fyri portørarnar og Korosh Taheri, yvirlækna,

hevur virkað væl. Handaðu tyrluni eina akuttasku Týsdagin vóru vit við myndatólinum á tyrlupallinum, tá Eystein í Løðu, frá Atlantic Helicopters fekk handaða eina akuttasku, sum til eina og hvørja tíð skal vera í bjargingartyrluni. Í taskuni er millum annað útgerð til at geva fólki ilt, fýra sløg av medisini, Súgv at taka eitthvørt úr hálsi-

num á sjúklingum um tað gerst neyðugt, útgerð til køling av brandsárum, hálskragar, bæði til børn og vaksin, blóðtryst- og iltmátari, snøgt sakt alt tað ein hevur brúk fyri, sum fyrstur á eitt vanlukkustað. Alt sum verður brúkt úr akuttaskuni verður neyvt skrásett og Klaksvíkar Sjúkrahús stendur fyri at fylla upp í aftur, tað sum verður brúkt, soleiðis at tyrlutænastan altíð er klár at vera í fremstu røð við

Sølustevnan 2005 Í døgunum 26. og 27. november, skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri fjøltáttaðari sølustevnu í Ítróttarhøllini í Klaksvík. Á sølustevnuni verða nógvir ymiskir handlar og virkir og eins og árini frammanundan verður eisini undirhald og framsýningar á pallinum. Ætlanin er at skipa sølustevnunina nakað øðrvísi enn árini frammanundan og skráin fyri stevnuna verður tí helst meiri fjøltattað enn áður sæð. Enn eru pláss eftir til básar, og áhugaði biðjast tí siga frá skjótast tilber um luttøku. Samskipari er Rani Nolsøe, menningarstjóri, og er hann at hitta á tlf. 210610. KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG

vanlukkur og sjúkrafluttning, tá tað er neyðugt. Av Klaksvíkar Sjúkrahúsi frætta vit annars, at Atlantic Helicopters og Klaksvíkar Sjúkrahús arbeiða við at formalisera samstarvi, tí tað er neyðugt, at fólk í ambulansutænastuni framhaldandi fáa eftirútbúgving, og her er ætlanin, eisini at taka bjargingarmanningina hjá Atlantic Helicopters uppí.


4

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Onki svar fingið enn Sjálvandi væntaði eg ikki svar frá Kl. Kommunu, tí tað fáa bara nøkur fá útvald. Takki fyri siðiliga kjakið í Norðlýsinum og sigur tað mær, at tað ruggar ikki alt rætt innan Býráðsins gátt. Vit vóru teir fyrstu á økinum við Borðoyavík, tá var tað langt uttanfyri býin, seinni eru so sethús komin og fyri nøkrum árum síðani, bleiv grannin hjá okkum eitt ídnaðarøki. Kann onkur fortelja mær, hvat er eitt ídnaðarøki? Og hvørjar treytir fylgja við, tá ið ein keypir eitt grundstykki frá Kommununi á einum ídnaðarøki?. Teir sum nú hava keypt stykkið ímillum Spinnaríið og vegin á Borðoyavík, vita teir av, at stykkið hjá teimum møguliga er ov lítið til at byggja á? ella ætlar Býráðið enn einaferð, at snúgva seg undan tí spurninginum. Eg kann upplýsa, at Býráðið hevur brúkt 10 tals milliónir uppá at gera ídnaðarøkið byggiklárt, og teir

hava aftaná brúkt fleiri milliónir til at fríðka um økið, fyri at gera tað so gott fyri nýggju eigarunum at virka har uppi. Men teir fyrstu, sum komu á økið og bygdu á økinum, hava teir ikki brúkt eitt oyra uppá, uttan ein garð ímillum Spinnaríið og Bilverkstaðið hjá John Heinesen, har Timburhandilin betalti tilfarið og Komunan gjørdi

arbeiðið. Nú veit eg ikki, um teir nýggju eigararnir hava fingið somu treytir, sum vit fingu, men tað er kappingaravlagandi, at teir sum vit skuldu kappast við, fáa alt gjørt fyri borgarans penging, og vit sum vóru á økinum fyrst, illa nokk fáa ein veg til økið. Setti Býráðnum nakrar spurningar tann 20. sept. í ár, nei heldur ikki har, havi eg

fingið nakað svar. Spurningarnir vóru hesir: Hví Steinbjørn Jacobsen nú hevur selt stykkið til annan keypara: 1. Sagt varð, at vit skuldu fundast aftur, tá ið Býráðið var til reiðar við tekning og tilboði. Nær verður tann fundurin? 2. Hví hevur Timburhandilin ikki fingið

bjóðað stykkið niðanfyri matr. 881 til keyps, tá Býráðið veit, at vit hava tekning liggjandi inni í Býráðnum.

3. Veit næstan heilt víst, at Klaksvíkar Timburhandil hevur fingið lovað forkeypsrætt til stykkið niðanfyri Sprinnaríið


5

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005 fyri dagsprísin tá. 4. Hevur Klaksvíkar Kommuna ongan áhuga í at Klaksvíkar Timburhandil eisini kann menna seg á økinum við Borðoyavík. 5. Hví hava vit onga innkoyring til høllina við Borðoyavík. 6. Eru okkara pengar ikki líka nógv verdir, sum pengarnir hjá hinum keyparunum. Ein annar spurningur kann man nú seta. Hví bleiv hetta stykkið ikki lýst til sølu? Vit hava fingið innlit í málið og taka vit árini frá 2001 til dags dato, so síggja tit gongdin niðanfyri. Haldi sjálvur, at vit hava verið sera illa behandlaðir av Kommununi ,og tað hevur havt stóran leiklut í, at vit hava selt Klaksvíkar Timburhandilin til aðrar at reka. Í longdini tímir ein ikki at virka, har tað skínir so væl ígjøgnum, hvønn Kommunan arbeiðir fyri. Hygg eisini eftir stykkinum á Stongunum. Alt gjørt fyri grannan fyri sunnan og hjá Klaksvíkar Timburhandli einki gjørt, men tað verður gjørt, tá ið ein trailari fer oman av, tá vakna teir. Har er ongin forðing fyri, og er tað ein deyðsfella, tá ið tveir stórir bilar møtast í hálku á Stangavegnum har ein lyktapeli stendur næstan mitt á vegnum, og ein av bilunum má víkja. Bilurin hevur ongan annan møguleika, enn at renna seg omanav, mitt í eitt parkeringspláss ella ein handil. Hugsið um tað, áðrenn tað verður ov seint, men nú havi eg enn einaferð ávára tykkum.

omanfyri Skipafelagið hava fingið noktandi svar, fyri at byggja á økinum, tí tað skuldi brúkast til rundkoyring og parkeringspláss. Havi eisini sæð bræv frá einum umsøkjara, har Steinbjørn Jacobsen hevur skrivað undir og givið umsøkjaranum noktandi svar. Hvussu kann tað bera til, at nú kann byggjast á sama stykkið og er tað stykkið lýst til sølu?

Hús í Klaksvík til sølu Ognin Heygavegur 67 við ástandandi sethúsum og hjalli til sølu um hóskandi boð fæst.

Símun á Høvdanum

Matr. Nr. 1421a, Grundøki: 722 m2 Húsini eru í trimun hæddum á 102 m2. Sjálvstøðug íbúð er í kjallaranum.

stað á økinum. Er byggisamtyktin á økinum broytt?

Havi eisini hoyrt, at fleiri sum høvdu hug at byggja

TLF 455007

Símun á Høvdanum Hvat við stykkinum í vestaru síðu Fyri nøkrum árum síðani, varð nógv skrivað um økið við vesturu síðu, har Eystlaks helt til, at tað var eitt fiskiøki og tað bara var loyvi at virka fisk á økinum. Tey flestu av bløðunum í Føroyum skrivaðu greinar upp og niður um málið, har ein borgari hevði hug at gera eitt bilverkstað í Dáva virkinum. Stórt rumbul stóð av hesum, men seinni, hevur KBI havt handil á økinum í fleiri ár, og nú er eitt lastbilaverk-

www.nordlysid.fo


6

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Ævisøga hjá bróðurkonu Osama Bin Laden.

Um børn og ung, sum ikki eru virkin í skúlanum ella í frítíðini.

Nýggj bók við hekliuppskriftum.

Um seks børn, sum flýggja úr Tibet, upp um fjøllini í Himaleia.

Bók, ið hjálpir tí, sum ynskir broytingar í lívinum og at fáa betri lívsvirði.

Nýggjar bøkur á bókasavninum Ævisøga um kenda listamannin Peder Severin Krøyer.

Spennandi bók til allar hestaánarar.

Savn við flestu av sangunum hjá Paul Simon.

Dansifelagið undir vetrarskránna Vit hava ætlanir um ein íslandstúr í 2006 ella 2007 og tí verður longu nú farið undir at fyrireikað okkum til hesa ferðina við Gretturskvæðnum. 6. november er ætlanin at børnini, sum vóru í Finlandi í summar, skulu greiða okkum frá túrinum og 19. november verður skipað fyri hugnakvøldi við brasaðum rivum. 11. desember er seinasta dansikvøldið undan jólum og tá verður skipað fyri jólahugna. Øll, ið hava hug at dansa føroyskan dans eru vælkomin at møta upp í Skálanum sunnukvøld, sigur Heini Mohr at enda.

Hóast undirtøkan hjá Klaksvíkar Dansifelag, til føroyska dansin er góð, vilja vit gjarna hava fleiri dansarar, sigur Heini Mohr frá Dansifelagnum við Norðlýsið. Í strembanini eftir fleiri dansarum, skipaði dansifelagið fyri einum hugnakvøldið í skálanum, har øll bygdafeløgini í Norðoyggjum vórðu boðin við. Kvøldið var sera hugnaligt og umframt at dansifelagið legði fram ætlanir sínar, var sungið úr Føroya Fólks, etið og síðani varð farið upp á gólv. Heini Mohr sigur, at stak hugaligt var at síggja fólk saman, frá teim ymisku bygdafeløgunum úr

Norðoyggjum og at dansifelagið nú vónar at fleiri av hesum fara at møta upp til dansikvøldið sunnukvøld. Klaksvíkar Dansifelag er fyri allar norðoyggjar, tí tað

verður valla so at vit fáa fleiri dansifeløg at standa saman um føroyska dansin, tí halda vit tað vera eitt gott hugskot at gera neyvt samstarv við bygdafeløgini í

norðoyggjum, soleiðis at føroyski dansurin í norðoyggjum kann vera so væl samanskipaður sum gjørligt. Dansað verður hvørt sun-

nukvøld, har børnini byrja kl. 20.00 og tey vaksnu kl. 21.00. Komandi sunnukvøld hava vit 20 tey fyrstu ørindini av Gretturskvæðnum.


NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

7


8

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005


NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

9


10

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

LANDSFUNDUR SJÁLVSTÝRISFLOKSINS Verður á Restaurant Fortuna í Klaksvík Leygardagin 29.oktobur 2005. Kl. 10:30 Aðalfundur Kl. 12:15 Ábit Kl. 13:30 Politiskt orðaskifti Kl. 15:30 Gestarøðari: Kári Petersen búskaparfr. Kapitalur og eigaraviðurskifti í vínnulívinum, og búskparligu árinini av útlendskum kapitali. Kl. 19:00 Døgurði.

Øll Sjálvstýrissinnaði eru vælkomin.

SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN

Tillukku Allan

Allan Mørkøre skoraði 11 mál fyri B36 og var sostatt toppskoraðari hjá B36 í ár.


11

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

KÍ skoraði fleiri mál enn B36

Sambært hagtølunum skoraði HB (66 mál) næstan tvífalt fleiri mál enn B36 og KÍ (40 mál) sum endaði á sjeynda plássi skoraði tvey mál fleiri enn B36 (38 mál).

hildið tætt í næstan øðrum hvørjum dysti. Hagtølini siga at í 12 dystum er einki mál farið ígjøgnum hjá Jákupi so tað er eingin ivi um at hann hevur havt avgerandi týdning fyri úrslitið hjá B36.

Týdningarmikið at hava góða verju Samanbera vit so verjurnar so síggja vit at Skála hevur latið næstan tvífalt so nógv mál inn sum B36 (30 t.mál) og HB hevur latið 35 mál til mótstøðulið. Taka vit so KÍ, sum

endaði á sjeynda plássið, so fóru heili 52 mál inn í hvít/bláu meskarnar. Tað má sigast at vera langt lop frá hesum og so til tey 17 málini sum B36 verjan noyddist lata fara afturum seg. Umskrivað hagtøl

Nú landskappingin í fótbólti er liðug er áhugavert at hyggja í hagtølini fyri Formuladeildina. Jákup Mikkelsen munurin! Nógv hevur verið tosað um at KÍ manglar ein málskjútta, men skulu vit brúka hagtølini so tykist hetta ikki vera rætt tá KÌ jú skoraði tvey mál fleiri enn føroyameistararnir, sum tó vóru heili 29 stig frammanfyri KÍ tá kappingin endaði. Svarið finna vit í tølunum fyri tapt mál, og er sæst eisini hvussu B36 endaði fremst. Einans 17 mál í 27 dystum fóru inn um hjá Jákupi Mikkelsen í B36 málinum. Jákup hevur megnað at

Um vit seta liðini upp eftir hvør íð hevur skorað flest mál so sær úrslitið av Formuladeildini soleiðis út. Nr. 01 HB 66 mál Nr. 02 NSÍ 58 mál Nr. 03 Skála 55 mál Nr. 04 EB/Str. 48 mál Nr. 05 KÍ 40 mál Nr. 06 B36 38 mál Nr. 07 VB 36 mál Nr. 08 GÍ 35 mál Nr. 09 ÍF 32 mál Nr. 10 TB 26 mál Álopið hjá TB ov vánaligt Um vit so arbeiða meira við hagtølunum so er eingin ivi um at orsøkin til at eitt nú TB flytur niður í 2.deild er at teir hava skorða ov lítið, tí um vit hyggja eftir minus málunum, tvs. mál sum einstøku liðini hava latið inn í egið mál, so er TB nr. 5 á listanum og tí má sigast at verjan hjá TB stendur seg væl um samanborið verður við hini liðini í Formuladeildini.

Nr. 01 Nr. 02 Nr. 03 Nr. 03 Nr. 05 Nr. 06 Nr. 07 Nr. 08 Nr. 08 Nr. 10

B36 Skála HB EB/Str. NSÍ TB KÍ VB ÍF GÍ

Besta liðið vann Hagtøl kunnu snarast ymsar vegir, men tað eru stigini sum telja og her gjørdist B36 vinnarin sum fór av stað við FM-heitinum 2005. Hetta var eisini fult uppiborið tí hóast teir ikki skoraðu so nógv mál sum eitt nú HB so dugdu teir at halda tætt og tí vóru teir besta liðið 2005. TB hinvegin dugdi eisini at halda tætt, og lótu færri mál fara inn enn KÍ, VB, ÌF og GÍ men teir vóru ov veikir í hinum endanum og tí noyðast teir tað tungu leið við einvegis ferðaseðli niður í 2.deild. jwj

KÍararnir leiktu við syrgibindi leygardagin til minnis um Jákup Paula Sundskarð. Hann hevur verið nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag og var fastur innkrevjari til heimadystirnar. Hann var eisini mintur við tøgn undan dystinum.

Umroknað hagtøl Úrslit um kappingin verður útroknað soleiðis at tey sum hava tapt minst mál eru ovast á listanum.

- 17 mál - 30 mál - 35 mál - 35 mál - 44 mál - 49 mál - 52 mál - 57 mál - 57 mál - 58 mál


12

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

HURÐIN - Jákup Mikkelsen Í 27 dystum lat Jákup Mikkelsen einans 17 mál fara innum og tí er B36 føroyameistari 2005 Hóast HB skoraði tvífalt so nógv mál sum B36 so var hetta ikki nóg mikið tí B36 átti munin við landsliðsmálverjanum, fyrrverandi VB leikarin (Vágsheyggja Bóltfelag) Jákup Mikkelsen. Hann hevur megnað at hildi mótstøðuliðini burtur frá fatinum í 12 dystum í ár og tí kann hann av røttum kallast "Mr. Clean Sheet" sum tað rópast á fótbóltssprogi. Góðar viðleikarar Tá undirritaði ringdi til Jákup og ynsktu honum tillukku við meistaraheitinum, takkaði hann fyri og var sera væl nøgdur. - Tað hevur gingið sera væl hjá liðnum í ár og eisini havi eg verið so heppin at kunna spælt uttan skaðar og hevur hetta havt sera stóran týdning. - Tá eg byrjaði í B36 kendu vit ikki serliga væl hvønn annan og tí var alt gjørt fyri at vísa, at ein kundi brúkast og tá tað eisini gekk væl í fyrstu dystunum, skaptist eitt álit millum okkum í verjuni og tí hevur tað gingið so væl í ár. - Eg haldi fyrst og fremst at vit hava havt eina sera góða verju. Pól Torsteinsson hevur stýrt verjuni væl og hóast tað hevur verið ein ávís útskifting av leikarum, so eru allir komnir væl frá tí og vit hava havt sera gott fólk í verjuni. - Tað er bert Skála sum hevur megnað at fingið fleiri enn eitt mál móti okkum í ár. Jákup er væl fyri Spurdur um hann er betur fyri í ár enn hann var í fjør tá hann spældi við KÍ,

svarar hann játtandi. - Tá eg byrjaði at venja við KÍ í fjør fekk eg skaða sum gjørdi at eg ikki kundi vera við í uppstartinum. Eisini fekk eg fipurspreinging mitt í kappingarárinum sum gjørdi at eg eisini misti onkrar dystir. - Í ár havi eg havt onkrar smærri skaðar men teir hava als ikki nerva og tí havi eg kunna spælt alt kappingarárið og havi tí eisini verið munandi betri fyri. Hóast Jákup ikki vil siga tað sjálvur so fara vit á Norðlýsinum at staðfesta at Jákup Mikkelsen uttan iva er munurin sum bar B36 á mál í ár. Í 12 landskappingar dystum hevur hann megnað at hildið mótstøðuliðini burtur og tí kann hann av sonnum kallast Mr. Clean Sheet. Ein av fyrstu málverjunum í KÍ sum var framúrgóður. Hann var nevndur Karl í Norðurstovu og sum málverji fekk hann eyknevni “Hurðin”, tí eingin fekk bóltin inn um, og tí er hetta kanska besta føroyska heitið ein málverji kann fáa. So í 2005 fara vit at útnevna Jákup Mikkelsen til ársins hurð. Tillukku Jákup Norðlýsið John W. Joensen

Karl í Norðurstovu (Karl A. Joensen) er nr. 2 frá vinstru í miðraðnum á myndini. Hann var framúrgóður málverji og varð nevdur “Hurðin” millum leikararnar. Her er KÍ liðið avmynda suðuri í Havn í 1911. Standandi frá vinstru: Mourits Winther, Richard Joensen, Einar Waag, Kristian Olsen. Mittasta rað frá vinstru: Martin Gregersen, Karl A. Joensen, Sofus Larsen og Jákup Joensen. Sitandi frá vinstru:´Jákup Vitalis og Hans Waag.


13

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Besti føroyski málverjin nakrantíð, Jógvan Linklett, sigur soleiðis um Jákup:

Tað er ein fragd at síggja Jákup spæla Hann er sterkur í nærdystum og so fylgir hann sera væl við í spælinum, sigur Jógvan Linklett sum eisini er ein av fyrimyndunum hjá Jákup Mikkelsen Jógvan Linklett var stóra stjørnan á føroyska landsliðnum og í KÍ, serliga í 80 unum. Hann verður mettur at vera besti málverjin nakrantíð í Føroyum, men sjálvur heldur Jógvan at tað vóru nógvir aðrir góðir málverjar. - Tá eg byrjaði at spæla átti HB ein góðan málverja

í Regin Árting og eisini Gordon hjá TB var framúr góður. Jógvan um Jákup. Spurdur um hvat hann heldur um Jákup Mikkelsen, er hann sera positivur og metir Jákup vera ein tann besta føroyska málverjan. - Mær dámar sera væl stílin hjá Jákupi í málinum. Tað sást á honum at hann hevur tamarhald á støðuni og harafturat hevur hann altíð verið ein sera seriøsur leikari. - Tað sum kanska serliga eyðmerkir Jákup er hansara stóri áhugi fyri fótbóltsspælinum og tí verður hann roknaður sum partur av verjuni og ikki einans sum ein málverji. - Hann lesir spælið sera væl av og so hevur hann

eginleikar at spæla langar sendingar fram til áleyparnar og er soleiðis eisini við til at stuðla álopspartinum. - Kroppsliga er hann sera væl fyri og tað kemur fyrst og fremst tí at hann altíð hevur verið seriøsur ítróttarmaður. Jákup millum føroya bestu Jógvan Linklett heldur at Jákup uttan iva er millum bestu málverjar nakrantíð í føroysku kappingini. - Eg hevði sum sagt fleiri fyrimyndir tá eg spældi og eg haldi at Jákup er eins líka góður sum teir vóru. Eg haldi eisini at Bjarni í VB málinum hevur gjørt tað væl tí hann hevur verið undir stórum trýsti í ár. Jákup á Landsliðnum - Eg havi ikki sjálvur sæð

Jákup spælt í ár, men eg havi sjálvandi fylgt landsliðnum og hóast vit minnast onkran keðiligan brølara, sum allir málmenn jú gera av og á, so haldi eg at tær nógvu og áhaldandi góðu bjargingarnar telja meira. - Styrkin hjá Jákup er uttan yva í nærdystunum. Góða verju. - Fyri at hava ein góðan málverja krevst ein góð verja tí hesi hanga saman. - Málverjin og verjan styrkja hvønn annan eins og tey kunnu niðurbróta hvønn annan. Eg trúgvi at B36 hevur havt eina góða verju í ár og hetta hevur verið við til at gjørt Jákup enn betri. Framtíðin Vit spurdu Jógvan um

Tveir kendir KÍ-arar Jógvan Linklett og Bigge hann vildi geva Jákupi nøkur góð ráð, men hann bar seg undan. - Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at Jákup ikki kann spæla fleiri ár afturat um hann framvegis verður skaða fríur. Men eldri ein gerst, meiri venjing skal til og tí vóni eg at hann megnar at halda geistin uppi.

- Eldri málverjar gerast meira gleði fáa teir av rutinuni og tí ger tað einki at skjótleikin hvørvur, tá plaseringsevnini samstundis batna. jwj

Karl Isaksen, kendur KÍ málverji um Jákup

Kvikur, sterkar hendur og góðan heys bóltarnir teir brúka í dag. - Eg var heldur tungur sum málverji men tað passaði sera væl til teir tungu bóltarnar sum vit brúktu tá. Bóltarnir vóru eisini sera ymiskir. Summir vóru rættuliga loðnir meðan aðrar tíðir vóru teir sera glattir. Um tú vart so óheppin at skalla bóltin var ein um at missa vitið og tað mól fyri einum.

er skotsmáli Jákup Mikkelsen fær frá kenda KÍ málverjanum sum vann FM fleiri ferðir í 50-unum, Karl Isaksen Karl Isaksen spældi fyrstuferð á KÍ liðinum í 1949 og sambart honum var hann seinastu ferðina við í dysti í 1963, men síðani hevur hann verið ein av trúgvastu KÍ viðhaldsmonnunum. Sterka røddin hjá Karl er framvegis eyðkend tá KÍ spælir, og tað kemur fyri at onkur glósan fellur tá KÍ ararnir ikki liva upp til tað teir eiga. - Eg má siga at Jákup Mikkelsen uttan iva er besti føroyski málverjin.

KÍ hetjurnar, Karl Isaksen og Karl Monrad vóru við til at vinna fleiri meistaraheiti í 50unum. - Hann er kvikur, hevur sterkar hendur og góðan heys. Hetta er serliga tað sum skal til fyri at vera góður málverji og hesar eginleikarnar hevur hann. - Eg spældi saman við pápa hansara, sum var ein framúr vongur, men sjálvandi ber ikki til at saman-

bera umstøðurnar hjá okkum við tær sum eru í dag. Bólturin loðin Tey sum minnast Karl sum málverja siga at hann hevði framúr góða evni, men sjálvur vil Karl einki siga um hetta.

- Tá vit spældu var undirlagið grót og ikki kunstgræs og tí var ikki sørt at ein skurðslaði seg illa. Harafturat vóru bóltarnir sera tungir og samanborið við dagin í dag so haldi eg ikki at eg fari skeivur tá eg sigi at lissan, sum bóltarnir tá høvdu, vigaði meira enn

Ikki fara ov langt út Sum vit byrjaðu í greinini so er Karl ein trúgvur viðhaldsmaður sum ikki heldur seg aftur við at siga sína meining tá dystur er. - Mær dámar ikki at síggja málverjar koma ov langt út úr málinum. Tá eg síggið hetta plagi eg at lata teir vita av hesum, tí bóltarnir í dag eru so lættir at leikarar kunnu frá miðjuni lyfta bóltin í málið. Eisini

kendir málverjar úti í heimi hava feilin við at fara ov langt út úr málinum. Ynskir Jákupi alt tað besta - Eg má bara siga alt gott um Jákup tí hann er okkara besti málverji. Tí fari eg eisini at ynskja honum hjartaliga tillukku við meistaraheitinum og eina góða framtíð. - Eg havi sæð hann spælt í donsku kappingin og eingin hevur umboða føroyskan fótbólt so væl sum Jákup. jwj


14

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

www.nordlysid.fo Tíðindi hvønn dag!!

BILUR TIL SØLU Peugeot 406 ('98) diesel. Nýsproytaður, gráður. Til sølu vegna flyting. Tlf. 229058

Norðoya Fornminnasavn Frá 1. november til 15. mai verður øll avgreiðsla á savninum bert mánadag kl. 9 - 16.

Til sølu Ein skootari í fínasta standi til sølu fyri umleið 5000-6000 krónur. Tlf. 443515 ella 580211

Tlf./Fax: 456287, E-post: norforn@kallnet.fo. NORÐOYA FORNMINNASAVN

Elverkfrøðingar søkjast til

Útróðrarbátur til sølu M/B Reynir, 18,6 tons til sølu.

Elfelagið SEV

TLF. 752082 ELLA 452082

Eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv sum elverkfrøðingur eru leys at seta. Meðan fasta starvið ikki er avmarkað í tíð, verður avloysarastarvið at seta til 1. september 2006 fyri verkfrøðing í farloyvi. STARVIÐ: Talan er um størv innan býtisvirkini hjá SEV, sum umfata linjukervið, trafostøðir, innleggingar-eftirlit o.a. kring landið. FØRLEIKAKRØV: Kravt verður, at umsøkjararnir hava elektroverkfrøðingaprógv. Tað er ikki ein treyt, men fyrimunur, at viðkomandi hava arbeiðsroyndir innan nevnda arbeiðsøki.

Bil og Buss upp til 10 ferðandi

SETANARTREYTIR: Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Verkfrøðingafelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið sett verða, skulu kunna góðtaka at verða flutt millum ymiskar uppgávur innan býtisvirkini og at skula ferðast kring landið eftir tørvi, við tað at býtisvirkini hjá SEV eru kring alt landið. Arbeiðsstaðið er í Tórshavn, og verður arbeitt á og út frá hesum arbeiðsstaði. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Klæmint Weihe, stjóra ella Finn Jakobsen, deildarstjóra, báðir á tlf. 346800. Umsóknir skulu saman við prógvum og møguligum ummælum sendast elfelagnum SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 15. november 2005. Tórshavn, tann 26. oktober 2005.

ELFELAGIÐ SEV

UNDIR NEYSTUNUM

Neystagrund Hevur tú ynski um at ogna tær eina neystagrund á Strond, so kanst tú ringja tlf. 227299 Pensionistafelagið Hugni hevur mattombola í skótahúsinum leygardagin 29/10 kl. 10.00. Tikið verður ímjóti lutum fríggjakvøldið 28/10 frá kl. 18 til 20. Nevndin Kettlingar Kettan hjá mær fekk kettlingar, sum nú eru 12 vikur. Vilt tú eiga ein ella tveir! Ring á tlf. 251611 Keyboard til sølu Yamaha Motif/ synthesizari við stativi, pedal og zipdrev, til sølu fyri 15.000 kr. Nýprísur 28.000. 4 ára gamalt. David 224134 Íbúð Ungt lesandi par søkir íbúð til leigu í Klaksvík. Roykja ikki, fara væl um og gjalda til tíðina. Ring tlf. 227637

Alt fyrifallandi gravi arbeiði verður gjørt við lítlari gravumaskinu Tlf. 213600

MØBLAR TIL SØLU Sofasett 3+2+1, eitt sofa borð og ein reol veggur í trimum pørtum til sølu. tlf 456594 ella 756594 Kalvahøvd kunnu fáast við at ringja á tlf. 503301 Koyrikort Nýtt skeið til persónbil byrjar mánadagin 23/10-05. Um tit fylla í januar, kunnu tit byrja nú. Akskúli Føroya v/Manni Høgnesen Tlf. 777777 & Jensen's Koyriskúli v/Olgu Jensen Tlf. 216667

Haruhagi Hagin Fyri Norðan í kunoy, verður seldur til haruskjóting,á uppiboði í Kunoy leygarkvøldið 29. oktober kl. 19. Hagastýrið Hús til leigu Húsini Undir Hálsi 53 til leigu. Tlf. 456920 ella 216121 Haruhagi Hagin Fyri Norðan í kunoy, verður seldur til haruskjóting,á uppiboði í Kunoy leygarkvøldið 29. oktober kl. 19. Hagastýrið Hús til leigu Húsini Undir Hálsi 53 til leigu. Tlf. 456920 ella 216121


15

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 28. OKTOBER 2005

Evniskvøld í Atlantis Fríggjakvøldið 28. oktober kl. 18:30 verður evniskvøld í Atlantis í Klaksvík. Yvirskriftin hetta kvøldið verður: "Týdningurin av útbúgving í tí føroyska samfelagnum". Endamálið við tiltakinum er at kunna um, hvussu umráðandi útbúgving er fyri framburði. Tað er Unga Sjálvstýrið,

sum skipar fyri tiltakinum. Sum øllum kunnugt, gongur menningin av samfelagnum við einari rúkandi ferð, og tí er tað altumráðandi, at vit, sum ung eru, eru við til at menna hetta samfelag. Útbúgving er longu blivin ein týðandi partur fyri, at tú skalt kunna gera tína ávirkan, og tað er

við hesum fyri eyga, at tiltakið verður skipað. Røðari verður Johnny í Grótinum, sum er uppvaksin í Klaksvík, og hevur lisið cand. Mag. í Danmark. Í dag er hann formaður í búskaparráðnum. Eftir tiltakið verður bjóðað til kaffi og køkur. Eisini er møguleiki fyri at

síggja málningar eftir Jan Nystrøm. Øll eru meiri enn hjartaliga vælkomin, hóast at evnið vendir sær mest til tey ungum. Tiltakið kostar kr. 0,- (einki). Jógvan Skorheim formaður í Unga Sjálvstýrinum

The 40 year-old Virgin Slag : Skemtifilmur Longd : 116 min. Aldursmark : 12 ár Leikarar: Elizabeth Banks, Steve Carell, Catherine Keener, Jane Lynch, Paul Rudd. The 40 Year-old Virgin: verður sýndur frá 26.10.05 til 30.10.05 Mik. kl. 22:00. Hós. kl. 21:00. Frí. kl. 22:00. Ley. og Sunn. kl. 21:00 The 40 Year-old Virgin: Tað er ikki nakað, sum hann gongur og reypar um. Faktiskt er Andy Stitzer ein rættuliga beskeðin og undirgivin maður, sum er væl dámdur millum starvsfelagarnar... tað vil siga at í besta

føri halda teir hann vera keðiligan, og í ringasta føri hava teir illgruna um

UNDIR NEYSTUNUM LÝSINGARTEKSTUR

at hann møguliga er ein hóp drápsmaður. Men sannleikin er, at hann er

40 ár og framvegis jomfrú. Tá hesin óhepni sannleiki gongur upp fyri

Madagascar Slag: Teknifilmur Longd: 86 min. Aldursmark: Einki Tala: Danskt Kostn.: kr. 55,Madagascar: verður "møguliga" sýndur frá 02.11.05 til 06.11.05

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

SENT HEVUR Navn: Bústaður: Bygd/býur: Tlf.: Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

starvsfelagarnir Jay, David og Cal, avgera teir sína millum, at hetta er nakað teir mugu rætta uppá. Harvið kemur neyðars Andy út eitt ótali av pínligum hendingum, men teir verja heldur ikki seg sjálvar serliga væl tá tað kemur til andstyggilig mistøk yvirfyri hinum kyninum. Um Andy bara klára at minnast nakrar einfaldar reklar, so gongur tað nokk: Tað er okay at royna at drekka eina gentu fulla – bara ikki so fulla at hon spýr, áðrenn... Tú skalt ikki fortelja nakað um teg sjálvan – bara spyr, so siga tær rest. Og fortel aldrin, aldrin í verðini, at tú ert ein 40-ára gomul jomfrú.

Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

LÝSINGARTREYTIR Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingar oman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100 kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum, er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar á kopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

VINARLIGA SETIÐ MÆR HESA LÝSING Í BLAÐIÐ TVÆR FERÐIR


Broytingartíðir á veg! Á fundi, sum menningardeildin hjá Klaksvíkar kommunu skipaði fyri mánakvøldið, hevði stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, eitt áhugavert upplegg um altjóðagerðina og ávirkanina á Føroyar. Jan vísti á, at altjóðagerðin er sett í gongd kollveltandi flutninginum við bingjum, bíligari og effektivari ferðafólkaflutningi og so kollveltandi samskiftið yvir alnótina (IP tele, e-mails, www o.s.fr.). Nýggju møguleikarnir hava fingið vinnuna at hugsa um allan heimin sum teirra heimamarknað. Tær keypa rávørur um allan heim og framleiða har bestar umstøður eru. Tey londini sum taka lut í altjóðagerðini hava stóran búskaparvøkstur. Stjórin í Vinnuhúsinum vísti á, at hinvegin hava londini í Afrika, sum partvíst sjálvi hava byrgt seg inni í handilsavmarkingum, sama inntøkustøði nú sum í 1960'unum. T.d. høvdu Korea og Thailand sama intøkustøði sum tey afrikansku londini í byrjanini av 1060'unum. Størv hvørva Gjøgnum miðlarnar fæst ofta ein døkk mynd av globaliseringini. Helst tí at størsta broytingin við altjóðagerðini eru øll størvini innan ídna, sum hvørva í ríka heiminum. Á okkara leiðum er tað í Bretlandi - landið har ídnaðurin fyrst tók seg upp - har mest dik hevur verið á hesari gongd. Seinastu 7 árini eru 25 % av størvunum innan ídnað horvin. Men arbeiðsloysið er ikki tilsvarandi økt, tí tænastuvinnan hevur ment seg við rúkandi fer í Bretlandi. Jan helt, at altjóðagerðin fer at ávirka Føroyar sum fiskivinnutjóð, tað er tað

eingin ivi um, tí longu nú síggja vit stórar broytingar rundan um okkum. Lønartungar framleiðslur, so sum vanligar frystar vørur, hava størri orsøk at vera útveittar, meðan eitt nú feskfiskaframleiðsla og flaktur toskur ikki hava somu orsøk at vera útveitt. Flakavinnan situr ikki á fiskitilfoynginum í dag, tað gera skipini. Og ójavnt er hvussu fiskasløg egna seg til at vera fryst og tina uppaftur til virkingar. Men hetta vísir greitt at lønartung framleiðsla hjá okkum er undir trýsti, tí frystar vørur kunnu framleiðast bíligari og líka gott aðrastaðni. Kina bíligari Jan Mortensen førdi fram, at um kappingarneytar í eitt nú Íslandi og Norra flyta framleiðsluna til Kina, vil liðugt vøran, sum seld verður á ES marknaðinum, lækka í prísi vegna tær lágu lønirnar í Kina. Føroyskar fyritøkur vilja tí ikki vera kappingarførar uttan eisini at veita framleiðsluna út. Um tær ikki veita út, vil prísurin fyri rávøruna lækka. Hetta vil aftur skunda undir, at fiskurin

fer heilur av landinum, sum aðrir útlendingar so aftur flyta til láglønarlond. Fiskavørur úr øllum heiminum eru nú lætt atkomuligar fyri tær fyritøkur, sum sita á marknaðinum. Samstundis gerast hesar færri og størri og stýra tí marknaðinum. Og sum góðir handilsmenn, so vilja teir hava støðugar prísir og ikki sveiggj í rávøruprísum og nøgdum og tað trýstir prísin. Jan peikaði á fiskivinnufyritøkurnar í Ísland sum eitt dømi og handilsketurnar, sum selja vørurnar, eru eitt annað dømi. Vit síggja fleiri risar innan fiskivinnu, sum sita á øllum liðum frá veiðu, framleiðslu til sølu. Hetta gevur møguleika fyri at stýra sjálvi, og vinna pengarnar í teimum liðum har tað ber til. Láglønarlond fáa lønartungu framleiðsluna Jan nevndi, at vit eisini síggja lønartungar framleiðslur verða fluttar til láglønarlond, tí at flutningskostnaðurin er fallin, tollmúrar eru burturtiknir, og ferðin og góðskan av vøru- og samskiftisflutningi er hækkað munandi.

Hetta merkir, at arbeiðspláss verða niðurløgd og útflutt. Í ídnaðarsamfelagnum var framleiðslan løgd har, sum rávøran ella kundin var. Í dag verður framleiðslan løgd har, tað er bíligast. Tað síggja vit t.d. innan træ- og klædnaídnaðin í Danmark, har lønar er sera høgur (upp til 23%). Báðar hesar framleiðslur eru tískil útveittar fyri mongum árum síðani. Fyri fisk og sláturvirkir er lønarparturin ávikavist 13% og 16%, og tí liggja hesar framleiðslur framvegis í Danmark (Kelda: Dansk Industry). Men nú vísir tað seg, at ferð er komin á útveiting av matvøruframleiðslu, tí at lønarparturin er vorðin ov høgur. Um Føroyar eitt nú koma at kappast við fisk úr t.d. Suðuramerika, er eisini neyðugt at vit fáa hann úr sjónum so bíligt sum gjørligt. Kanska verður tað sum við farmaskipunum, har bara yvirmenn eru háløntir europerarar. Hvør sigur at tað sama ikki verður neyðugt umborð á fiskiskipum? Fleiri nýggj størv Spuringurin sum altíð

kemur upp er, hvar skulu øll fólkini í flakavinnuni fara, vísti Jan á. Men hinvegin, um vit halda fram við ikki-lønandi framleiðslu, so fara fyritøkurnar upp á sikt á húsagang, og vandi er fyri at alt fer. Tí er støðug tillaging neyðug. Tað vísir seg eisini, at virkir sum økja um starvsfólkatalið uttanlands, eisini økja um starvsfólkatalið í heimlandinum. Eitt dømi er klædnaídnaðurin í Herning økinum. Øll framleiðslustørvini eru seinastu 15-20 árini horvin. Men í dag eru fleiri fólk samanlagt innan klædnaídnaðinum. Hesi fáast við sniðgeving, ætlannarlegging og stýring av framleiðslu í øðrum londum, marknaðarføring og sølu. Hvat gera vit? Jan staðfesti, at heimurin er í broyting, og at hetta krevur at vit tillaga okkum, um vit ikki skulu detta aftur av dansinum. Men tað tykist sum vit standa og tøva. Nakað hevur verið tosað, men ov lítið hevur verið sætt til virkisfísni. Hava eftirkomararnir av víkingunum gloymt at trak-

ka nýggjar gøtur, spurdi stjórin í Vinnuhúsinum. Hevur tað at vit síðstu 30 árini mest hava fiska á heimaleiðum broytt okkara hugburð? Hví eru tað næstan ongar Føroyskar fyritøkur sum síggja møguleikar uttanfyri landoddarnar, meðan Íslendingar leggja heimin undir seg? Skulu tey næstu ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark, ella onkur onnur umbering brúkast sum frágreiðing uppá at vit ikki koma víðari? Hvat er galið? Er ov lítil "keypmansskapur" í høvuðsvinnuni? Fyrr vóru reiðarar keypmenn, sum høvdu skip - í dag er reiðarin kanska ofta ein bókhaldari, og hugburðurin tí ov nógv merktur av veiðumentan. Í øðrum londum er stór "fiskivinna" men sera líti fiskarí, vísti Jan Mortensen á at enda. Ein áhugaverdur fyrilestur um eitt áhugavert og týdningarmikið evni, sum vit heilt vist koma at hoyra meira til í komandi tíðum. Rani Nolsøe Menningarstjóri

Nordlysid nr 41 2005  

Norðlýsið blað nr 41 Fríggjadagin 28. okt. 2005