Issuu on Google+

5 HØSNARUNGAR, 1100 GR. ....99,00 SVÍNAKOTELETTIR, FYRI KG. ..54,95

www.nordlysid.fo NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14.OKTOBER 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

Trygdarmiðstøðin inn í bygningin hjá Tollog Skattstovuni Eftir áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, havi eg avgjørt at steðga ætlanunum at selja bygningin, meðan kannað verður um bygningurin kann húsa Trygdarmiðstøðini, sigur Bárður Nielsen

Hesa vikuna hava vit aftur fingið jakkar

Gulltíð í Klaksvík undir seinna heimsbardaga

TELDUPOSTUR

*

Oliver Joensen : nordpres@post.olivant.fo

*

John William Joensen : jwj@nordlysid.fo


2

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

LEIÐARIN

Keyp og søla av virkjum Seinastu tíðina hava vit sæð, at fleiri virki í Klaksvík eru seld og keypt og framyvir fara vit helst at síggja fleiri virki og handlar fara á aðrar hendur enn tær tey eru á ídag.

Spurningur til Kommununa ella Landsverk Lesari spyr hvat kemur at henda við gongugøtuni úr Gerðum út í Grøv. Úr kjaktorginum hjá nordlysid.fo

Hetta hevur ikki verið dagligur kostur hjá okkum norðoyingum, tí tað hevur helst verið meira vanligt, at handlar og virkir hava verið á somu hondum til tey steðgaðu upp ella góvust. Tað sær kanska eitt sindur ógvusligt út, tá arbeiðispláss vera handlaði, men hetta er helst rætta gongdin ímóti effektivari vinnulívi. Um eitt virki hevur gingið væl og hevur svarað hvørjum sítt og kanska er um at vera útgoldið, so liggur ikki nakað trýst á leiðsluni um at gerast betur, tí tað gongur sum er, hinvegin, verður virkið selt til annan eigara, so stendur hesin nýggi eigarin frammanfyri eini avbjóðing um at gera virkið meira kappingarført, tí mótvegis gomlu eigarunum, skal hesin nýggi nú afturgjalda tað, hann hevur goldið fyri virkið, og tað í sær sjálvum er ein avbjóðing. Men hann, ið keypir eitt virki ella ein handil trýr vælsagtans uppá ætlanir sínar og so kann einans framtíðin vísa, um tað ber ella brestur. Tað sum settið gongd á handilin við virkjum og forrætningum, var helst at J.F.K bleiv selt, hetta hevur fingið aðrar at hugsa og tá samstundis Norðoyatunnilin hevur staði fyri framman við størri avbjóðingum, so hava ivaleyst fleiri kennt noyddar at velja, antin at gerast effektivari, ella eisini at selt til aðrar. Men tað verður ikki soleiðis at vit bert fara at síggja vinnuvirki í norðoyggjum blíva seld, vit skulu rokna við at við fasta sambandinum fara fyritøkur aðrastaðni frá eisini at koma hendavegin. Vit hava longu nú sæð, at norðoyingar hava keypt virki hinumegin fjørðin og vit fara eisini heilt vist at síggja, at menn hinumegin fara at koma hendavegin at gera íløgur og helst meira enn gjørt hevur verið higartil. Samanumtikið er onki at ivast í, at allir hesir handlar samanlagt fara at gera økið vit búgva í nógv sterkari enn tað hevur verið frammanundan. Sjálvt um tað er ilt at spáa um framtíðina so ivast Norðlýsið onga løtu í, at økið báðumegin Lorvíksfjørð í árunum sum koma fer at vera eitt nógv áhugaverdari øki at búgva í enn vit ídag duga at droyma um. Við Norðoyatunnlinum verður vítt til veggja og góðir møguleikar fyri gróðrarríkum vinnulívi, bæði á sjógvi og á landi og vit ivast onga løtu í at hetta fer at vera eitt gott alternativ til miðstaðarøkið. At vit fáa fast samband um Lorvíksfjørð og Vágoyggin hevur fingið fast samband til Streymoynna fer framyvir at hava alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Gongufólk Dagur 12. Oct. 2005 Kl. 12:40 Nú ta ið eg sá grein í Norðlýsiðnum um Vegagerð til Norðoyatunnilin og eg eri ein av teimun mongu ið gangi nógv eftur gamla veg út í Grøv, og møti yngri sum eldri, skúlaflokkum og einsta-

klingum kann eg kanska heita á tíðindamannin á Norðlýsinum um at kanna. 1. Um tað blívur gjørdur ein gongutunnil undir vegnum sum førir til Noroyatunnilin.

skal øttast nógvu bilfersluna. Eg veit at ein gongutunnil skuldi gerðast, men eg havi eisini hoyrt at tað blívur av ongum. Um so blívur er tað ógvuliga óheppi fyri øll sum ganga út í grøv. Takk fyri.

Eg meini so man kan ganga út eftir gamla veg frá Gerðum av, uttan man

EL-IN kosin til ársins handil í 2005 Starvsfólk hjá EL-IN vóru um vikuskiftið í Herning á sølustevnu innan HI-FI. Tað er stóra handilsrøðin Expert, sum hevði savnað limirnar í danska kongaríkinum til eitt árligt tiltak, har tað nýggjasta innan HI-FI verður víst fram. Á stórari gallaveitslu leygarkvøldið, við 1100 luttakarum, var "Ársins handil 2005" kosin fyri tær tríggjar deildirnar hjá Expert, sum eru EXPERT, 2TAL, og BLÅ GRUPPE. Tað kom sera óvart á okkum, at EL-IN var "nominerað" til hesa heiðursløn, og vit gjørdust ikki minni bilsin, tá vit vóru rópt upp á stóra pallin at taka ímóti heiðurslønini sum ársins handil 2005. Heiðurslønin var ein gávukekkur umframt blómur og onkur prýðislutur. Um "BLÅ GUPPE" deildina kann nevnast, at hon er tann parturin av Expert samtakinum, sum hevur líknandi handlar sum ELIN sum limir. Hetta eru handlar sum vanliga hava bæði HI-FI og hvítvørur at selja. Í "BLÅ GRUPPE" eru 65 handlar kring alt Danmark, umframt Bærentsen Teknik á Tvøroyri og EL-IN. Expert handilsrøðin er sera stór, er at finna í fleiri londum, og

eru tað norðmenn sum eiga hana. At hetta var ein stórur heiður gjørdist enn týðiligari dagin eftir, tá vit møttu á messuni. Har var gjørt klárt til at gera upptøkur um okkum og tað var eingin endi á blíðskapinum, allastaðni har vit komu. Hetta gjørdi tað so nógv lættari at fáa hendur á júst teimum avtalum, sum vit høvdu sett okkum fyri frammanundan. Kjósanin av "Ársins handil í BLÅ GRUPPE 2005" var grundað við hesari orðing: "EL-IN blev kåret som årets butik i Blå Gruppe, butikken kan levere alt til boligen, el installation, hvidevarer, lamper og brunevarer og bygger nu

500m2 forretning beliggende ved den nye tunnel under temaet" Alt til boligen under et tag" og samler dermed sine aktiviteter. El-IN driver forretning med en høj profil af kendte mærker, og vil ikke gå ind i nogen form for discount,

og virksomheden har konkluderet for længst, at det er kvalitet og service man skal profilere. Nomineret til årets butik i Blå Gruppe blev: KK Radio, Benny Dahlerup og ovennævnte."

TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, omma, langomma og vermamma, Jóna Eivilda Andreasen, doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og gávur til sambýlið. Familjunnar vegna HANS JACOB OG BØRNINI


3

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Trygdarmiðstøðin inn í bygningin hjá Toll- og Skattstovuni á Stongunum Eftir áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, havi eg avgjørt at steðga ætlanunum at selja bygningin, meðan kannað verður um bygningurin kann húsa Trygdarmiðstøðini, sigur Bárður Nielsen Í seinstu viku flutti skrivstovan hjá Toll- og Skattstovununi yvir um vánna í nýggj hølir úti í Klaksvík. Síðani hevur ljóða at Fíggjarmálaráði hevur avgjørt at selja bygningin á Stongunum sum nú stendur tómur. Mikudagin fingu vit so fatur á landstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, sum segði at hann hevði steðga ætlanunum at selja bygningin. - Í seinastu viku fekk eg áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum, um at teir høvdu ætlanir um at útvega hølir til Trygdarmiðstøðina sum í løtuni húsast í leigaðum hølum á

MÁFSJÓNLEIKARASTEVNAN 2005 Árliga sjónleikarastevnan hjá MáF verður í Klaksvík 4. - 6. november 2005 Evni/tema: Føroysku kvæðini úr dansistovuni upp á pall Undirvísarar: Árni Dahl, Mikkjal Helmsdal, Eyð Matras og Birita Mohr Kom á sjónleikarastevnu sjónleikur og hugni TILMELDING HJÁ MÁF, tlf. 315624 ella maf@maf.fo

Bøgøtu í Klaksvík. - Eg havi síðani avgjørt at bíðja við søluni meðan fiskimálaráði kannar møguleikarnar fyri at Trygdar-

miðstøðin í Klaksvík kann flyta norður á Stengurnar. Bjørn Kalsø sigur í viðmerking at Trygdarmiðstøðin sjálv hevur havt

ynski um at fáa hesi høli, og tí verður nú kannað um bygningurin er egnaður til endamálið.

Talvfelag vera til staðar at vegleiða børnunum. Síðani verður eitt tiltak um mánaðin fram til páskar. Ymiskt er hvat verður á skránni, og skrá yvir tiltøkini fæst á bókasavninum. Saman við barnaansingarstovnunum hevur bókasavnið í fleiri ár skipað fyri

tiltøkum fyri børn undir skúlaaldur. Hesi tiltøk eru fríggjamorgnar kl. 10.30. Næsta tiltak verður 14. oktober fyri tey 0 - 3 ára gomlu og verður tað Dr. Margrethes Barnagarður, ið stendur fyri. Skrá yvir hesi tiltøk fæst eisini á bókasavninum.

Í samband við at eitt av starvsfólkum okkara fer í farloyvi til 31. des. 2005, verður søkt eftir lærara (vikari) í tíðarskeiðinum frá 24. oktober 2005 til 16. des. 2005. Tímatalvan umfatar málundirvísing í framhaldsdeildini (9. og 10. flokki) og rokning í 5. flokki.

Barnatiltøk á bókasavninum Nú heystið so smátt er komið, fer bókasavnið aftur at skipa fyri tiltøkum fyri børnum í skúlaaldri. Fyrsta tiltakið verður mikudagin 19 oktober kl. 17.00. Tá verður møguleiki hjá børnunum at koma á bókasavnið at telva. Fólk úr Klaksvíkar

Skúlin við Ósánna

Starvið er lønt samb. avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 - 27.4. Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum fyri vaksin í heyst. Vit byrja við einum eldrakvøldi týskvøldið 25 apríl, tá fer Erling Poulsen at siga frá bókum sínum "Mangt er millum himmal og jørð" og "Meiri er millum himmal og jørð".

Nærri fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum tlf. 218373. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. okt. 2005. SKÚLASTÝRIÐ FYRI ÓSÁSKÚLAN v/Óluva Klettskarð, form. FO-700 Klaksvík


4

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Her er systurskip Næraberg’s, Íslendski Jupiter í tungari aldu. Teir sóu eins út.

Annað bindið um Kaj:

Gulltíð í Klaksvík undir seinna heimsbardaga Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Komandi hósdag kemur annað bindið eftir undirritaða í ævisøguni um Kaj út í Klaksvík. Tað verða klaksvíkingar, sum fyrst fáa høvi at síggja bókina, og hetta kemst av at ævisøgan um Kaj eisini er lokalsøga fyri Klaksvík. Útgávuhátíðarhaldið verður eftir ætlan hildið í býráðshøllini í Klaksvík klokkan 19.00 hóskvøl-

dið. Borðreitt verður við tónleiki, røðum, upplestri og rithøvundurin signerar bøkur. Henda broytingar verður lýst í útvarpinum. Annað bindið í dokumentarisku ævisøguni um Kaj er nokk so nógv ørvísi enn hitt fyrra. Fyrsta bindið er sjálvt grundarlagið undir verkinum, og her helt høvundurin, at neyðugt var at fara tætt at ættviðurskiftunum hjá Kaj fyri at skilja bakgrundina og hvat tað var fyri røtur, sum merkismaðurin Kaj kom at byggja sítt lívsverk á. Av teirri

orsøk kom fyrsta bindið fyri tað mesta at snúgva seg um viðurskiftir norðuri í Sundi. Hendingarnar í øðrum bindi ganga út frá Klaksvík. Tað er har túrarnir byrja og enda. Annað bindið byrjar í 1939 og fevnir serliga um trý tey fyrstu árini hjá Kaj sum trolaraskipari. Grivið verður djúpt í árnum 1939 og fram til á vári 1941, tá ið "Næraberg" verður søktur, og síðan verður gingið eitt sindur skjótari gjøgnum tey seinni krígsárini, sum á mangan hátt vóru endurtø-

kur av teimum fyrstu. Virksemið hjá Kaj frá tí at Kjølbro biður hann til skipara umborð á "John Bull" í 1937, og til hann fer av seinasta túrin í 1974, mól rundan um Klaksvíkina og henda var útgangsstøðin fyri øllum hansara mongu ferðum. Klakvíkin var eisini heimið hjá Kaj, tað sindrið hann var heima. Lesarin sleppur við á saltfiskatúrar við koltrolarum við Bjarnoynna, við Svalbard og undir Íslandi. Tað eru skipsdagbøkur og

telegrammir, sum seta hesar túrar saman saman við frásøgnum frá monnum, sum enn eru á lívi. Trolarar, ið broyta samfelagið Tað eru tveir trolarar í øðrum bindi, sum verða fylgdir tætt og sum lesarin rættuliga fer at kenna. Teir eru "Skálaberg" og "Næraberg". Hetta eru teir fyrstu trolararnir sum komu til Klaksvíkar. Tey fyrstu fimm árini av trolaratíðini í Klaksvík, frá 1934 og fram til januar 1939 áttu klaksvíkingar bara ein hálvan trolara. Tað var "Skálaberg" sum Jógvan Kjølbro keypti saman við Chr. Holm úr Havn. Teir áttu hvør sína helvt i skipinum. "Skálaberg" kom til landið seinastu dagarnar í 1933 og kostaði 2500 pund ella góðar 60.000

krónur eftir tátíðar kursi. Hesin trolarin kom at gerast tann allarbesta íløga Kjølbro nakrantíð gjørdi. Ongin onnur íløga hevur givið so mangar ferðir aftur. "Skálaberg" kom undir krígnum mangar ferðir at selja upp til tríggjar ferðir tað hann kostaði at keypa, bara ein einstakan ísfiskatúr. Tá ið tíðini var tað ikki sum í dag, at pengar lógu bundnir í sjálvt fiskiloyvi, tá var íløgan einans bundin í sjálvt vinnutólið, og hvat hetta kastaði av sær. Sjúka broytti lívsleiðina Tað er mangan tilvildarligt, hvussu tað gongst í lívinum, og tilvildin sá eisini út at vera galdandi, ta fyrstu tíðina hjá Kaj sum trolaraskipari. Hann er skipari á sluppini "John Bull" í 1938 og Kjølbro biður hann til ski-


5

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005 para á "Skálabergi" í 1939, tí Kjølbro hevur keypt "Næráberg", og skiparin á "Skálabergi", Steintór Norðberg fer at føra "Næraberg". Nú kemur tilvildin aftur inn, kona Steintórs gerst sjúk, og Kaj kemur á brúnna á "Næráberg" í 1939. Bókin viðgerð, hvussu væl Kjølbro dugdi at velja sær fólk í álitisstørv. Hann var stýrdur av inituitíón, ella hugnámi. Hann hevði fornemmilsi. Hann kendi á sær hvør fór at roynast. Kaj hevði ikki verið skipari á trolara, tá ið hann fór umborð á "Skálaberg" og Kjølbro valdi hann allíkavæl, hóast har vóru fleiri aðrir, sum kundu lyft arvin eftir Steintór. Kjølbro velir Kaj ikki færri enn tríggjar ferðir, áðrenn hesin gerst fastur trolaraskipari hjá reiðarínum. Fyrst við "Skálabergi" síðan sum avloysari við "Nærábergi", tí Steintór noyðist niður við síni sjúku konu, og tá ið hendan doyr av sjúkuni og Steintór aftur er tilreiðar at fara á brúnna, velir hann aftur Kaj fram um Steintór, ella bjóðar Steintór at skiftast við Kaj sum skipari á "Nærábergi". Hesum tekur Steintór ikki av, og Kaj er fastur skipari á "Nærábergi". Kjølbro kundi ikki sleppa Kaj, tá Steintór var klárur aftur, tí tað hevði gingist so væl hjá Kaj við "Nærábergi". Kaj sveik heldur ikki álitið hjá Kjølbro. Longu tey fyrstu árini sum trolaraskipari royndist hann millum teir allarfremstu og mangan fremstur eisini. Ein fýrbøtarasøga Trolararnir undir krígnum vóru kolfýrdir, og arbeiði at passa eina dampmaskinu er gloymd søga í dag. Teir flestu sum sigldu við Kaj hesa fyrstu trolaratíðina eru farnir undir grønu torvu, men enn eru menn á lívi, sum kunnu siga frá hesum tíðarskeiði. Menn sum Hans Jacob Justesen, og Jákup hjá Sterka Jákup fortelja søguna um hvussu tað var at arbeiða sum fýrbøtari og maskinmaður umborð á einum koltrolara. Hans Jacob sigldi nakrar túrar við "Næraberg" undir krígnum og Jákup sigldi við "Skálaberg" undir krígnum. Beiggi Jákup, John á Geilini, var eisini við "Skálaberg" og saman við Kaj undir krígnum og hann setir lív í søguna. Yngsti bróður Kaj, Svenning Johannesen sigldi eisini við "Skála-

»Bandt fast mellem rederens to broer« plagdi Mortan í Hvannasundi at skriva í skipsdagbókina á Skálabergi tá hann kom á Klaksvík. Her síggja vit Skálaberg liggja við brúgvarnar á Stongunum. berg" og "Nærábergi" undir krígnum og hann greiðir frá hendingum umborð. Ein gulltíð Teir umborð á "Skálabergi" og "Nærábergi" sigldu vandasjógv og gravgangur var eftir at sleppa við hesum gó��u trolarum. Tey vánaligu tríatiárini vóru júst farin aftur við borðinum, og nú byrjaðu ísfiskasølunar, ein heilt nýggj vinna í Føroyum at taka seg upp. Knappliga eksploderaði alt í einum gullrúsi. Skip seldu niðri í Bretlandi fyri ørandi upphæddir og menn fingu fyri heili hús bert eftir einum ísfiskatúri. Hvussu nógv fortjentu so menninir um borð á trolarunum og skipinum. Bókin lýsir hvat hvør einstakur maður umborð á skipinum

hjá Kjølbro fortjenti túr fyri túr í tíðarskeiðinum frá januar 1941 og fram til og við 1944. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir hesar inntøkur. Eisini hevur høvundurin hugt í skattalistarnar hjá kommununi, og valt eitt breitt úrval av klaksvíkingum, hvørt inntøka er prentað aftast í bókini. Taka vit frá tí betra endanum, so vann Kaj knappar 4000 krónur í 1939 og góðar 57.000 krónur í 1941. Í sama tiðarskeiði vann Kjølbro góðar 63.000 krónur í 1939 og knappliga 356.000 krónur í 1941. Í 1942 eksploderar inntøkan hjá Kjølbro við 1,3 millión. Persónliga inntøkan hjá Kjølbro var eftir, tá útreiðslurnar til alt hansara virksemi var goldið. Tað var ikki fyrr enn seinni at virkið hjá Kjølbro varð skipað í eitt partafelag. Taka vit ein fis-

Útgávuhaldið verður eftir ætlan í býráðshøllini í Klaksvík hósdagin 20. oktober kl. 19.

kimann sum Benadikt Baldvinson, var hansara inntøka í 1939 umleið 1000 krónur, í 1944 vann hann 9200 krónur. Lesarin kann lesa inntøkuna hjá fleiri hundrað tals norðoyingum í bókini. Hvat keyptu teir í Bretlandi Seinni heimsbardagi merkti at føroyingar vóru tvungnir at keypa alt tað teir høvdu tørv á úr einum landi, nevniliga Bretlandi. Tolljournalirnar hjá Norðoya Fornminnasavni vísa menn keyptu niðri í Bretlandi og hvat tollur varð goldin av. Skipini, sum Kaj førdi, tóku alt millum himmal og jørð við heim av ymiskum góðsi, sum høvuðsstaður norðoyinga hevði tørv á. Trolararnir sigldu niður við fiski og høvdu farm við heim aftur sum returcargo. Teir rindaðu toll av súklum, orglum og góðgæti. Manningin fekk eisini bonn og vanliga fingu menn tvær fløskur av brennivíni og nakað av sigarettum í bonn. Klaksvíkingar máttu eisini bestilla úr Bretlandi og kommisiónsforrætningin hjá Jóhan Húshamar gekk strúkandi í hesum døgum. Hann bestilti fyri fólk í egnum navni og koyrdi út til fólk. Telegrammini ein reyður tráður Annað bindið í ævisøguni um Kaj er eins og hitt fyrsta proppað við keldutilfarið, sum ongantíð hevur verið frammi fyrr. Kjallarin í gamla skrivstovubygninginum hjá Kjølbro hevur verið eitt satt kelduvað. Kaj 2 byggir í høvu-

ðsheitinum á telegramsamskiftið sum var millum Kjølbro og hansara skiparar. Telegrammini er ein reyður tráður gjøgnum bókina, og halda henni uppi. Telegramm eru stutt og greið og tey eru frumkelda. Tær søgurnar telegrammini ikki siga, minnast mínar munnligu keldur, og tað gevur álítandi tilfar í bókini. Kjølbro genialur Telegrammini lýsa rættuliga neyvt Kjølbro sum vinnulívsmann og sum menninskja. Tey sýna hvørji fram úr evni Kjølbro hevði at byggja sítt virki upp til fremsta virkið í landinum. Altíð var hann úti um seg og hann lá ikki á løtu síðuni. Samstarvið millum Kaj og Kjølbro var gott og telegrammini sýna hvussu teir arbeiddu saman. Brævasamskiftið í bókini sýnir reiðaran sum ein ógvuliga tilvitaðan vinnulívsmann, sum eisini hevði hjarta á røttum stað. Ein søga er um politikk, har Kjølbro blívur ósamdur við ein dalbing umborð á "Skálaberg". Tað endar við at maðurin verður koyrdur í land. Høvr hesin maðurin var stendur eisini í bókini. Kaj var ongantíð virkin í politikki, og honum dámdi ikki hesa avgerð og tók mannin við aftur, tá ið hann aftur gjørdist skipari á "Skálabergi. Mortan og Kaj Ongin av synunum hjá Mortani í Hvannasundi hevði so tætt samstarv við pápan sum júst Kaj. Teir komu at fylgjast longst, eisini sum skiparar. Eins og í fyrsta bindinum verð-

ur hetta samstarv millum faðir og son lýst rættuliga tætt. Søgan um tá ið Mortan sum einkjumaður í 1942 giftir seg við blaðungari skotskari kvinnu eru eisini við, og her er ikki talan um gitingar og uttanum vitan. Bókin fer beinleiðis til kelduna, og seinna kona Mortans, Eina, fortelir sjálv søguna. Annað bindið fylgir Mortan fram til hann doyr beint eftir seinna heimsbardaga og enntá við til sjálva jarðarferðina. Bókin gongur tætt eins og hin fyrra og skorið verður inn á bein viðhvørt, fyri at fáa so neyva lýsing sum gjørligt. Triðja bindið, sum eftir ætlan kemur út um hesa tíðina komandi heyst, ferð at snúgva seg um trolaratíðina eftir kríggið, og stóru toskaárini í fimti og sekstiárunum í Grønlandi. Tað merkir, at tá fara vit at hoyra nógv um "Sjúrðarberg" og týska "Skálaberg" og tá koma enn fleiri livandi persónar at lýsa hesa tíðina.

FALDARIN Ein faldari er sendur í hvørt hús og tey sum teknaðu seg fyri fyrsta bindið hava bara teknað seg fyri tað og fáa ikki av sær sjálvum sendandi Kaj 2. Annað bindið fæst við at senda faldarin um Kaj 2 aftur til forlagið Hellurnar.


6

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Tryggur sigur á VÍF VÍF megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki, tá bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF hittust í KÍ-høllini sunnudagin, men í seinna hálvleiki var onki at stilla upp hjá VÍF Tað var við einum ávísum spenningi, at sæð varð fram til dystin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF. Í mun til seinasta kappingarár, so hevur VÍF-liði fingið styrk, við tað at gomlu stuðulsleikarnir Sóleyg Mikkelsen og Jacklin Durhuus er viðaftur, men til dystin

sunnudagin var Sóleyg ikki við vegna sjúku. Viðmerkjast skal, at Joan M. Djordevic, sum í løtuni er í Danmark í útbúgvingarørindum, ikki var komin heim at leika við Stjørnuni henda dagin. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, liðini skiftust um at skora, og munurin var ongantíð meira enn eitt og tvey mál. Við tveimum skjótum málum tað seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, eydnaðist tað Stjørnuni at fara til hávleiks við eini leiðslu uppá eitt mál. Hálvleiksstøðan var 11-10 til Stjørnuna. Annars var spælið í fyrra hálvleiki nógv merkt av mistøkum frá báðum liðum. Tað tiktist eisini, sum at Stjørnuleikarnir vóru ikki 100 prosent uppsettir frá

byrjan av. Tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum Hvat venjarin hjá Stjørnuni hevur sagt við leikarnar í hálvleikinum er ikki gott at vita, men hann hevur neyvan verið nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki, og hevur hann uttan iva tosað við stórum bókstavum. Tað var eitt heilt annað Stjørnulið sum kom á vøllin í seinna hálvleiki, leikarnir virkaðu nógv meira uppsettir, meira ferð var yvir spælinum, og verjuparturin fungeraði nógv betur enn í fyrra hálvleiki. Og tá so Agné í málinum samstundis hevði nakrar framúr góðar bjargingar, var ikki nógv hjá VÍF at silla upp. Tá seinni hálvlei-

PEDAGOGUR TIL DAGRØKTARSKIPANINA Í KLAKSVÍKAR KOMMUNU Klaksvíkar Kommuna søkir eftir pedagogi til Dagrøktarskipanina. Skipanin er ein partur av Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu og hevur skrivstovu á 2. hædd, har sum sosialu deild húsast. Í skipanini, sum er normerað til 120 børn, starvast 30 dagrøktarir og 2 pedagogar, harav annar er leiðarin. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at - Samskipa virksemið í spælistovuni - Vitja dagrøktarheimini regluliga - Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum í pedagogiskum og uppalingarligum spurningum. Vit ynskja, at tú: - Ert útbúgvin pedagogur - Hevur royndir innan dagstovnaøkið - Kann arbeiða sjálvstøðugt - Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva - At tú hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast. Seturnarviðurskifti: Talan er um eitt 30 tímar starv, og er at seta frá 1. november 2005. Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meir fæst at vita við at venda sær til Sigrun Vágstún dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen samskipara, tlf. 41 00 00. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast til Klaksvíkar Kommunu, Postboks 2, 700 Klaksvík í seinasta lagi tann 17. oktober 2005.

kur var 5 minuttir gamal var støðan 15-11 til Stjørnuna, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, var støðan 22-13 til heimaliðið, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur. Tá uml. 8 minuttir vóru eftir at leika, valdi venjarin hjá Stjørnuni at seta allar teir ungu leikarnar á vøllin samstundis, og megnaðu teir so nøkulunda at halda tørn. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Stjørnuna uppá 2519. Málini hjá Stjørnuni skutu: Alina 10(5), Bára 4, Una 4, Anna Kristina 3, Louisa 2 og Katarina 2 Oddadystur sunnudagin Stjørnan hevur nú leikt fýra dystir, og liggur í løtuni einsmøll á odda við fullum stigatali. Nærmastu kappinganeytarnir Neistin og VB hava tapt hvør sín dyst. Fríggjadagin skal Stjørnan til Giljanes at leika móti Søljuni, og tað er ein dystur, Stjørnan eigur at vinna, men Søljan skal avgjørt ikki undirmetast.

Longu sunnudagin skulu Stjørnukvinnurnar aftur í eldin, tá tær á heimavølli taka móti Neistanum, sum er nærmasti kappingarneyti. Lagt er upp til ein rætti-

liga spenndandi dyst, og er sera umráðandi, at viðhaldsfólk møta mannsterk fyri at stuðla heimaliðnum. Dysturin byrjan kl. 15:00.

BRÚDLEYP 6. oktober, giftust Hansina Hansen og Líggjas í Bø.

AÐALFUNDUR Føroya Musikklærarafelag hevur aðalfund leygardagin 5. November 2005 kl. 9:30 í Grønlendingahúsinum NEVNDIN

Nólsoyar Páll á Varpinum Útróðrarbáturin Nólsoyar Páll, sum Norðoya Fornminnasavn eigur, skal gerast í stand til minnis um motorbátarnar av hesum slagnum, sum vóru nógvir í Klaksvík fyrr í tíðini. Jógvan Ravnsfjall, sigur við Norðlýsið, at báturin liggur nú á Varpinum, men hann skal leggjast aftur á teymin. Ætlanin við pressendingini, ið spent er yvir hann, er at turkað bátin upp, áðrenn farið verður undir arbeiðið. Dekkið er gott, men niðri undir skal garnering og maskinrúm umvælast og eisini skal stýrhús

gerast á hann. Nólsoyar Páll var upprunaliga heimahoyrandi á Skála ( í 1922) og kallaðist tá Karl Juul. Kjølbro leigaði bátin hagani til at føra fisk. Ein túr teir høvdu verið úti í Svínoy eftir fiski,

rendu teir á land á Borðoyarnesi og menninir gingu aftur til Klaksvíkar. Báturin bleiv síðani sleipaður á Klaksvík, og Kjølbro lat nýggjan bát byggja á Stongunum, burturúr restunum av Karl Juul, hetta var í 1927.


7

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Okkum er sent:

Um bátahylin á Borðoyarvík Nú eru uml. 20 ár liðin síðani Klaksvíkar Kommuna byrjaði uppá bátahylin á Borðoyarvík, men hann er ongantíð blivin liðugur, og tað sær út til at kommunan ikki ætlar at gera meira við hylin, tað

heldur undirritaði vera spell, táið hylurin er komin fyri at vera. Eg kann geva Kl. Kommunu nøkur góð ráð viðvíkjandi hylinum, uttan tað kemur at kosta tað nógva, í mun til hvat hylurin hevur

kostað. Eg hugsi mær hendan møguleika. Frá sunnara horni og allan vegin fram við grótkastinum og knappliga út til munnan, eitt strakkið uppá uml 180 metrar, verður gjørd ein

jarnkonstruktión við træverki. Hesar kajurnar eru betri hjá bátum at liggja við enn ein betong kaj. Við at gera hesa atløgubryggju fáa vit 15 miðalstór bátapláss, men vit missa 12 bátapláss til teir smáu bátarnar, tí

neyðugt verður at taka 20 metrar av bátabrúgvunum, so nóg mikið av plássi verður hjá bátunum at koma inn og út úr hylinum. Teir 20 metrarnar av flógibrúgvum havi eg husað mær at lagt frammanfyri

alikajuna, hetta skal vera brúgv til upp- og innskipan. Við at gera hsar broytingarnar, fáa vit meiri atløgupláss til størri bátar, tað verður meira pláss at koma inn og út úr hylinum, og vit fáa hylin tryggari við tað at upp- og innskipingarbrúgv eisini er. Tá 20 metrar verða tiknar av bátabrúgvunum, fær man betri spent bátabrúgvarnar úteftir og harvið koma tær at liggja betur og beinari. Sjálv atløgubrúgvin framvið bátabrúgvunum líkist nógv tí, sum nýliga er gjørd har sum M/B Dragin liggur. Munurin er verður tann at brúgvin í Bátahylinum verður trýggjar ferðir longri. Sjálvur havi eg vwerið við til at gjørt slíkar kajir, saman við einum felag, eg spurdi stjóran í felagnum um vit kundu gera eina meting av hvat ein slík kaj kom at kosta. Við at broyta bátahylin, sum víst, er á tekningini kostar hetta umleið 1 milj. kr. Tá fáa vit ein brúkiligan bátahyl. Magni Fles

Næraberg av Klaksvík fyri seinastu ferð So varð tíðin hjá hesum Nærabergi at enda komin. Mikudagin fór hann av Klaksvík fyri seinastu ferð. Næraberg hevur fingið nógva umtalu síðani hann kom til landið, og serstakliga høvuðsstaðarpressan hevur títt og ofta verið eftir Nærabergi og gitt hevur verið um motivatiónirnar hjá reiðarínum. Hóast tað ikki alla tíðina hevur sæð so væl út fyri framtíðindi hjá Nærabergi við at fiska svartkjaft til matnað, so snýnist nú sum um at vunnið er á byrjunartrupulleikunum. Reiðaríið trýr í hvussu so er uppá framtíðina, tí um mánaðar-

skiftið kemur nýtt skip inn fyri Næraberg, nevniliga Atlantic Navigator, ið er størri skip. Næraberg skal nú til Noregs, har fabrikkin verð-

ur flutt yvir á Atlantic Navigator og roknað verður við at nýggja skipið kemur í vinnu um mánaðarskiftið november desember. Næraberg landar ídag

750 tons av surimi og 200 tons av mjølið og í annaðkvøld gongur leiðin so sum sagt út av Klaksvík fyri seinastu ferð, til Noregs. Hesa tíðina Næraberg

hevur verið í føroyskum regi, hevur hann verið "skúlaskip" hjá nógvum føroyskum ungdómi. Umleið 80 fólk hava verið við hvønn túrin, harav

umleið 20 konufólk og tá nýggi báturin kemur, verður roknað við at manningin fer at telja útivið 100 fólk.


8

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

KÍ-kvinnurnar eru nakað fyri seg Leygardagin kunnu KÍ-kvinnurnar hátíðarhalda sítt sætta føroyameistaraheiti á rað. Gyltu kvinnurnar úr Klaksvík eru mest sum einaráðandi í føroyskum fótbólti, tær luttaka í europeiskum fótbólti á hvørjum ári, og nú hava tær tikið metið hjá tiltikna 66-liðnum hjá KÍ Tað tók nógv ár, áðrenn kvinnufótbólturin í Klaksvík smakkaði gullið, men seinastu árini hevur kvinnurnar hjá KÍ sitið tungt á trúnuni í føroyskum kvinnufótbólti. Skiftandi feløg hava roynt at mannas eg upp ímóti sterka KÍ-liðnum, men seinastu seks árini hevur eingin klárað at syft KÍ-kvinnurnar í kappingini um FM. Tað var í 1985, at Fótbóltssambandið fyrstu ferð skipaði fyri landskapping í kvinnufótbólti. Fyrsti føroyameistarin gjørdist B36, og næstu árini vóru tað serliga havnafeløgini, sum stríddust um gullið. Eitt skifti tíðliga í 90'unum blandaðu Skála og ÍF seg

knappliga upp í, men so gjørdist tað aftur gerandisdagur við gulli til B36 og HB. Fingu smakk fyri gullinum Tað var ikki fyrr enn í 1997, at KÍ vann sítt fyrsta meistaraheitið, og tað gjørdu tær í tættari kap-

Nógvar hava verið drúgvar Ein stórur partur av stuðulsspælarunum, sum vóru við til at vinna FM-heitið í 2000, eru framvegis við, nú tað sætta FM-heitið á rað er vunnið. Útskiftingin á besta kvinnuliðnum hjá KÍ hevur ikki verið so stór, sum hon hevur verið í øðrum feløgum, og av teimum 16 spælarunum, sum spældu mest í 2000, eru 12 spælarar framvegis við á liðnum. Harafturat er venjarin tann sami. Verður hugt eftir liðnum, sum vann FM og steypakappingina í 1997, eru 10 spælarar á tí liðnum framvegis við í fremstu røð hjá KÍ. Tað er óvanligt, at so lítil útskifting er á einum liði, og hetta staðfestir bara støðuna í KÍ sum heilt serliga í føroyskum viðurskiftum. Kvinnurnar hjá KÍ eru veruliga nakað fyri seg.

ping við HB. Tað eydnaðist ikki KÍ at endurvinna meistaraheitið árið eftir, men í 2000 byrjaði ein sigursrøð uttan sín líka í føroyskum fótbólti. KÍ-kvinnurnar vunnu hetta árið sítt næsta FMheitið, og síðani hava kvinnurnar úr Klaksvík vunnið FM á hvørjum ári. Í ár er tað tí sættu ferð á rað, at KÍ vinnur bestu kvinnudeildina. Harafturat hava KÍkvinnurnar vunnið steypakappingina fimm av hesum seks árum, og tí er talan um eitt óvanligt avrik.

Sterkt lið við góðum umstøðum Tað er trupult at siga, hvat tað er, sum hevur gjørt KÍ-kvinnurnar so suverenar í føroyskum fótbólti. Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri, og í øllum førum ber til at staðfesta, at tað arbeiðið, sum er farið fram, hevur verið tað besta í landinum. KÍ hevur nógvar evnaríkar kvinnuspælarar. Tað eru ikki bara ein ella tveir profilar, sum skulu syrgja fyri øllum á liðnum, men heldur

eru nógvir støðugir lyklaspælarar, sum syrgja fyri, at avrikini eru so góð. Umstøðurnar rundan um kvinnuliðið hava eisini verið góðar, sami venjari Jón Harald Poulsen - hevur vant liðið í nógv ár, og kvinnurnar hava so líðandi fingið eins góðar treytir við venjingarklæðum, sum fremstu mansliðini í landinum hava. Lagnuavgerð um Europa Cup Tað var eisini ein lagnuavgerð, sum KÍ tók, tá ið

tilboðið um at verða við í europeisku kappingina hjá UEFA kom fyri fimm árum síðani. Avbjóðingin var risastór - bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Felagið kundi havt sagt nei takk og lagt doyðin á at vinnið heimligu kappingina, men spurningurin er, hvar KÍ-kvinnurnar so høvdu verið staddar í dag. Hinvegin valdi KÍ - við kvinnunum sjálvum á odda - at taka við avbjóðingini, og fýra ferðir hevur KÍ nú verið við í kappingini hjá UEFA. Tær hava sjálvar savnað pengar til ferðina, og tað er eisini eitt stórt avrik. Europeiska luttøkan hevur verið ein drívmegi á kvinnuliðnum, tað hevur styrkt liðið ítróttarligar og hevur gjørt samanhaldið á liðnum betur. Framtíðin Føroyskur kvinnufótbóltur hevur tað ikki so gott, sum hann onkuntíð hevur havt tað. Samstundis, sum KÍ hevur sett fulla ferð fram á við kvinnufótbóltinum, hevur eitt av hinum stóru feløgunum í landi-


9

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005 plagdu at vera við í fremstu røð, eru ikki við longur. B36 hevur roynt at manna seg upp, og í ár eydnaðist tað havnaliðnum at vinna steypafinaluna á KÍ. Í landskappingini vóru dystirnir ímillum KÍ og B36 tættir, men KÍ var omaná, og tá ið avgerðin varð fallin, dragnaði B36 fullkomiliga, og undan seinasta dystinum er stórur munur á liðnum í stigatali. Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at so nógvir dystir verða fluttir og avlýstir. Tað er ein vanvirðing av kappingini, at annar hvør dystir skal flytast, tí at eitt ella annað er komið í vegin. Feløgini við Fótbóltssambandinum á odda - mugu herða reglarnar - ella fylgja galdandi reglum upp - so at áskoðarar og áhugað vita, nær dystirnir verða spældir. Í løtuni er ov lítið skil á kappingini, og tað tykist verða alt ov lætt at flyta og avlýsa dystir.

num - HB - takka fyri seg og tók fyri tveimum árum síðani liðið úr kappingini.

Onnur feløg hava eisini havt trupult við at manna liðini, og summi feløg, sum

Landslið við nýggjum avbjóðingum Kvinnurnar hava møguleikan at spæla á kvinnulandsliðnum, sum luttekur á Oyggjaleikum annaðhvørt ár. Hesar kappingarnar hava víst, at støðið á føroyskum kvinnufótbólti er ikki lækkað, hóast áhugin kundi verið størri. Føroyska liðið er framvegis sterkari enn hini liðini, sum eru við á Oyggjaleikunum, og tað kann í øllum førum brúkast sum ein samanbering av styrkini nú og fyri nøkrum árum síðani. Tíðin er helst komin til, at fótbóltslandsliðið leitar sær eftir nýggjum avbjóð-

Spælararnir á liðnum, sum vann FM-heitið í 2000: Vivian Bjartalíð, Petra Sjóstein, Ann Olsen, Una Olsen, Mariann Joensen, Rannvá Andreasen, Annelisa Justesen, Vígdis Kristiansdóttir, Sigrid Mikkelsen, Elsa Maria Simonsen, Vivi Andreasen, Jensa Sirdal, Ragna Andreasen, Margit Joensen, Bára Skaale Klakstein, Malena Josephsen, Jutta Mikladal, Súsanna Sivertsen og Jóna Jakobsen. Venjari: Jón Harald Poulsen

ingum, og tað hevði verið best í kappingum hjá UEFA ella FIFA. Har spæla øll tey sterku londini, og har kundi føroyskur kvinnufótbóltur

ment seg enn meira. Men fyri fyrst kunnu klaksvíkingar gleða seg til, at leygardagurin verður enn ein gyltur dagur fyri kvin-

nurnar hjá KÍ, tá ið tær fáa gullmerki og steyp handað fyri føroyameistaraheitið 2006.


10

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Klaksvíkar Timburhandil á nýggjar hendur Kl. 10.00 mikudagin 12. oktober, var sølu- og keypssáttmáli undirskrivaður ímillum eigararnar av Spf. Klaksvíkar Timburhandil og spf. 12.10.1920 á Høvdanum á Strondum, við Eivind Jacobsen, Símun í Mittúni og Norðoyagrunninum. Eigararnir av Spf. Klaksvíkar Timburhandli vórðu teir tríggir Jógvan, Símun og Petur Hans á Høvdanum. Símun á Høvdanum, ið hevur verið stjóri á Klaksvíkar Timburhandli í 10, sigur, orsøkin til at vit selja er ættarskifti og vit hava ætlað at selt áðrenn fast samband verður um

Lorvíksfjørð, soleiðis at nýggju eigararnir kunnu fyrireika seg til avbjóðingina. Ætlanin hjá mær sjálvum var ongantíð at eg skuldi vera líka so leingið á sama arbeiðisplássi, sum pápi, ið var á Timburhandlinum í meira enn 50 ár, sjálvur byrjaði eg í Timburhandlinum fyri 20 árum síðani og gjørdi eg tí upp við meg

sjálvan, at skuldi eg kasta meg útyvir nakað annað, so skuldi tað vera nú. Enn eri eg bert 38 ára gamalur, so eg fari ikki at leggja árarnar inn. Eg havi stovnað nýtt partafelag, spf. Klips, ið fer at reka handli við keyp og sølu av ymiskum, sum eg fari at kunna meira um seinni. Felagið verður heimahoyrandi í Klaksvík.

Mær dámar at hava endamál við tí sum eg gerið, og tá vit byrjaðu við Timburhandlinum, áttu vit ongar bygningar, tí vit fóru undir at reka Timburhandilin við leigusáttmála frá Nykredit, ið tá átti allar bygningarnar, sum Timburhandilin hevði húsast í undir leiðsluni hjá Kjølbro. Eg setti mær tá fyri, at Timburhandilin skuldi

keypa allar bygningarnar aftur, og tað eydnaðist, tá vit nú seldu Klaksvíkar Timburhandil, átti partafelagið høllirnar á Stongunum, gamla spinnaríið, nýggju høllina við Borðoyarvík og bygningin hjá Kanjon á Skarðhamri, sum vit eisini keyptu. Sjálvur haldi eg, at ein sum stjóri setur sær høg mál í lívinum og arbeiðir

miðvíst fram ímóti tí og ikki gevst fyrr enn málið er rokkið. Eg fari her at takka øllum trúgvu viðskiftafólkunum hjá Klaksvíkar Timburhandli fyri gott samstarv og serstakliga takki eg starvsfólkunum í Timburhandlinum fyri eina góða og hugaliga tíð saman.

Menningarætlan fyri viðskiftafólki KBI hevur sera góð hølisviðurskifti til skeiðvirksemið og Karl Birgir Isaksen sigur at hetta skal brúkast til at menna og kunna viðskiftafólk hjá fyritøkuni Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá KBI, greiður frá at síðan teir fluttu í nýggj hølir við Borðoyavík hava teir skipa fyri sokallaðum tekniskum skeiðum. Í hesum sambandi høvdu vit skeiðleiðara frá SKF, sum er ein av leiðandi fyritøkunum, sum framleiga legur (lejer) til motorar. - Skipað var fyri tveimum skeiðum í fýra dagar og høvdu vit luttøku av 22 maskinmeistarum úr øllum landinum. - Skeiði var um legukunnleika og fyrbyrgjandi

viðlíkahald. Stórsti parturin var teoretiskt men eisini sluppu skeiðluttakarar at royna mest framkomnu hjálpitólini sum finnast í dag til montering av legum. -Sjálvur haldi eg at hølini hjá okkum eru sera væl egnaði til skeiðvirksemið og henda møguleika ætla vit framhaldandi at brúka til frama fyri viðskiftafólk okkara. Skeið fyri viðskiftafólk Omanfyri nevndu skeið vóru serliga til fagfólk, men stjórin í KBI sigur at teir eisini fara at skipa fyri ókeypis skeiðum fyri viðskiftafólk. - Vit arbeiða við trimum øðrum skeiðum í løtuni og vantandi verður eitt skeið áðrenn jól. - Hesi skeiðini koma at venda sær beinleiðis til viðskiftafólki hjá okkum har vit fara at upplýsa hvørjir møguleikar eru innan tey

ymisku starvsøkini sum viðskiftafólk hjá okkum starvast í. - Hesi skeið vera ókeypis og eisini her sleppa skeiðluttakarar at royna mest framkomnu amboðini sum eru á marknaðinum í løtuni. Gleðir seg til Norðoyatunnilin Karl Birgir Isaksen sigur at teir gleða seg sera nógv til Norðoyatunnilin. - Tað tekur tíð at venja viðskiftafólki til at vit eru flutt niðan á Borðoyavík, men vit skulu ikki klaga um søluna. - Tað sum vit tó gleða okkum allar mest til er Norðoyatunnilin, tí tá hann er komin kunnu vit av álvara veita tænastu til viðskiftafólk okkara, sum eru inni á meginøkinum, og tað er her at vít síggja stórstu møguleikarnar.

TAXAKOYRING Í LORVÍK Hevur tú brúk fyri bili hinumegin Lorvíksfjørð so ring til Torbjørn Justinussen.

Svarað verður nátt sum dag! TLF. 443077 ELLA 283077


11

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Malan Mikkelsen 65 ár Mánadagin 17.oktober fyllir Malan Mikkelsen í Klaksvík 65 ár.Malan er ættað av Stongunum,dóttir Mathildu og John Hansen -John í Sundi.Mathilda var ættað av Brekkum á Húsum og John var ættaður úr Todnesbuð í Norðdepli. Malan var bert 15 ára gomul tá hon fór til Havnar at tæna hjá Leif Waagstein.Men skjótt vóru boð eftir henni at koma norðuraftur,tí Kjølbro hevði brúk fyri eini dugnaligari gentu í heiminum. Eitt skifti var hon arbeiðsgenta hjá Jens Sofusi Isaksen.Eftir hetta starvaðist hon sum krambakvinna í handlinum á Biskupsstøð. Malan var heilt ung tá hon hitti ein fittan ungan mann .Hetta var Eli Mikkelsen.Eli var ættaður av Vágsheygnum,sonur til Annu Margrethu og Mikkjal Petur.Anna Margretha var ættað úr

Uppistovugarðinum á Norðoyri og Mikkjal Petur var ættaður úr Barbistovu í Syðrugøtu. Malan var 18 ára gomul tá tey giftust í 1959.Tey fyrstu árini húsaðust tey á Stongunum,men í 1964 fluttu tey í nýggj og snotulig hús ,sum Eli hevði bygt til teirra uppi á Vágsheygnum. Malan og Eli eiga 6 børn.Margreth,John,Mathil da,Merry,Petur og Ranvá. Heimið á Vágsheygnum hevur altíð verið merkt av lívi og blíðskapurin hevur verið settur í hásæti.Eli arbeiddi sum snikkari og hevði egið verkstað í kjallaranum tey nógvu fyrstu árini.Malan var heima og passaði síni børn,so tey vóru sera tætt knýtt at hvør øðrum. Eli var sera hegnigur snikkari og hevði altíð nógv at gera.Verkstaðurin var mest sum eitt samlingsstað og har vòru mangar politiskar orrustir loystar.

Sum børnini vuksu til fór Malan út at arbeiða.Tá svimjihøllin opnaði, fekk hon starv har.Har var hon bert í stutta tíð, til hon fekk arbeiði á flakavirkinum á Kósini.Kvik,álítandi og vælgerðin sum hon er,slapp hon at standa við reinskeri-

borðið og var eisini àlitisfólk har í mong ár Hettar arbeiði dámdi henni sera væl. Ì 1989 fekk Malan nýtt starv sum hjálparfólk í umlættingarheiminum Dáanum,sum júst tá var opnað.Her starvast Malan

enn í dag.Hon er væl dámd bæði millum starvsfólk og brúkarar.Malan er altíð blídlig og fyrikomandi,hon hevur gott tol og hegni til at fáast við brúkararnar,og tey eru sera góð við hana. Malan gjørdist einkja longu sum 46 ára gomul.Eli gjørdist sjúkur og andaðist í 1987,bert 58 ára gamal.Hetta var ein tungur smeitur.Yngsta dóttirin var tá bert 14 ára gomul.Hóast tað var tungt og alt sá vónleyst út,so megnaði Malan, við Harrans hjálp, at koma víðari. Malan kom úr einum heimi við trúgvandi foreldrum,og kom Malan sjálv til trúgv á Harran Jesus sum ung genta.Hon hevur havt sítt andaliga heim í Betesda,og hevur hon altíð verið fús at hjálpa til tá ymiskt er á skránni í samkomuni.Túrarnir vestur til Zarepta eru eisini nógvir í tali . Malan hevur verið ein kempari,og hava hon og Eli

lagt eitt gott grundarlag fyri síni børn.Tey eru øll komin væl fyri í livinum. 5 av børnunum eru gift.Margreth er gift við Kristian Dalsenni,John við Jakobinu Dalsenni,Mathilda við Símun Paula Viðbjørg,Merry við Klæmint Hansen heiman av Sandi og Ranvá er gift við Boga Ragnarsson. Øll børnini búgva í Klaksvík,so heimið á Vágsheygnum er framvegis fult av lívi,tí Malan eigur í dag 14 ommubørn og ein langommuson. Malan heldur føðingardagin saman við børnunum. Vit ynskja Maluni hjartaliga tillukku og Guds signing. BØRNINI

Eydnuhjól Rimmar Eydnuhjól verður leygarkvøldið 15. okt. frá klokkan 20.00 Nógvir góðir vinningar, so sum:

Hendan heilsan er til hesi 5 fitti systkini í Klaksvík, sum hava, og hava havt ein serligan dag í heyst. Malan, sum fyllir 65 ár 17.okt., Óli Jall -og Elsa - ,sum hava silvurbrúdleyp 24.okt, Hanus,sum fylti 60 ár 10.okt, Julianna, sum fylti 55 ár 28.sept.

Lomb, veðrar, fartelefonir, olja, bilar, dukkur, sodavatn, geldær, karamellur, fleskasteikir, DVD-spælarar, og mangt mangt annað. Ja, ein ørgrynna av vinningum.

Ása fær eisini eina heilsan. Hjartaliga tillukku øll somul og Guds signing. YNSKJA VIT Á SKÁLTAVEGNUM

www.nordlysid.fo

BYGDARFELAGIÐ

Báran


12

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Timburhandilin gerast til keypssentur Eivind Jacobsen, sigur at ætlanin er at gera eitt 3000 fermetra stórt keypssentur við matvøruhandli á Stongunum Eivind Jacobsen, sum er leiðari fyri Klaksvíkar Timburhandli, sigur við Norðlýsið at ætlanirnar við at gera Klaksvíkar

Timburhandil um til eitt stórt keyptsentur eru komnar so langt at næsta stigið er at fáa neyðug loyvi til høldar. - Verandi handilshølir eru umleið 2700 fermetrar og við at leggja dekk í niðara partin av húsinum fáa vit tilsamans eitt høli sum er 3000 fermetrar til støddar. Harafturat verður stórur partur av kjallaranum umskapaður til bilparkering. (Til samanbering kunna vit nevna at

Miklagarður í SMS er umleið 1800 m2). - Sjálv timburgoymslan verður flutt niðan á Borðoyavík meðan byggibúðin kemur framhaldandi at vera á Stongunum. - Vit fara sjálvir at hava byggibúðina men restina av bygninginum fara vit at leiga út til onnur handilsrekandi. Fíggingin er upp á pláss Tað skal óivað nógvur kapitalur til at gera eitt

keypssentur men Eivind sigur at hetta er eingin trupuleiki. - Vit hava fíggingina upp á pláss, tað sum okkum vantar í løtuni er at fáa neyðug loyvi frá býráðnum. Vit hava verið í samband við onnur sum hava áhugað fyri ætlanini og eg kann siga so mikið at stórur áhugi er aðrastaðni fyri hesari verkætlanini. - Eg síggið stórar møguleikar í fasta sambandinum tvørtur um Leirvíksfjørð og fyrsta stigið er at fáa ein so rationellan handil sum gjørligt. Hetta fáa vit við at brúka bygningin til annað enn byggibúð og harvið brúka fermetrarnar hjá okkum optimalt. Síðani

kunnu vit fara at hugsað yvir um fjørðin. Trýr ikki upp á keypsentur í miðbýnum Eivind Jacobsen heldur at keypsentri, sum teir arbeiða við er einasti møguleikin hjá Klaksvíkar Býráð at fáa eitt keypssentur til býin og tí vantar hann undirtøku frá býráðnum. - Verkætlanin hjá okkum er ítøkilig og einasti møguleikin hjá Klaksvík at fáa eitt keypssentur. - Eg síggið soleiðis upp á tingini at um keypssentrið í miðbýnum skal gerast veruleiki, so noyðist Norðoya Sparikassi at byggja tað einsamallur og má

sjálvandi fíggjast við hægri rentu hjá kundunum í Noroya Sparikassa og tað kann ikki verða tað rætta. Eivind Jacobsen, sum kanska er mest kendur frá Stranda máling, sigur at sentrið sum kemur at húsast á Stongunum fer at hava stóran týdning fyri Klaksvík. - Handilslivið sum er í Klaksvík í dag er bert roknað til økið innan fyri Klakkin og tí er tað als ikki áhugavert hjá fólki sum ikki búgva í Klaksvík. Við verkætlanini hjá Klaksvíkar Timburhandli fær Klaksvíkin eitt sentur sum veruliga kann kappast tvørtur um fjørðin.


13

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Góð tíðindi - eldraøki út til kommunnunar

Nú um dagarnar sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at hann ferð at royna at fáa semju í samgonguni um at leggja eldraøki út til kommununnar. Sæð frá okkara sjónarhornið úti í kommununum er hetta góð tíðindi. At fáa tey økir út ið beinleiðis viðvíkja okkara borgarum

hava vit longi ynskt og arbeitt fyri. Hans Pauli Strøm vísir á at royndirnar við barnansingini hava víst, at kommunan kennir betur tørvin hjá sínum borgarum og er skjótari at byggja út fyri at nøkta henda tørv, enn landið er - hetta kann ein ikki annað enn vera samdur í. Eldraøki er ikki so einfalt

at umsita sum barnaansingin. Hetta kann tó gerast við at landið setir krøv til stórri eindir og samstarv millum kommunur sum gjørt er við barnaforsorgarlógini. Eisini mugu ásetast minstu krøv til tænastuna til tey eldru. Verður hetta gjørt so ivist eg onga løtu í, at eldraøki ferð at vera líka væl umsitið úti í kommununum sum barnaansingin er tað. Tjakast verður um, hvør best kennir tørvin ella er nærri borgaranum landið ella kommunan. Tey ið ikki vilja at økið verður lagt út føra fram, at landið er so lítið og at ein umsiting er nokk. Hetta kann ljóða gott og einfalt. Mínar royndir í 8 ár innan kommunala øki

IRF í Klaksvík VIRKI OG SKIP IRF-plássið á Bumshamri er stongt vegna arbeiði í grótbrotinum. Virki og skip skulu seta seg í samband við IRF í Leirvík viðvíkjandi burturbeining av jarnlutum, dekkum, trolum og øðrum burturkasti. Vegleiðing um skiljing á heimasíðuni www.irf.fo. IRF - TELEFON: 473300 Skrivstovan opin: 08.00 til 16.00 Teldupostur: irf@irf.fo

KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS

og bandagistur frá SAHVA, verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 08. og 09. nov. 2005 og á Landssjúkrahúsinum 10. nov. 2005. Tíð fæst við at ringja á tlf. 455463, mánadag og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 01. nov. 2005.

tað verður lættari at geva teimum eldru tilboð, ið samsvara við teirra tørv. Fíggingin av teimum økjum ið vera løgd út hevur stóran týdning. Royndirnar við barnaansingini eru, at kommununnar bert fingu ein lítlan part av tí peningi ið økinum tørvaði frá landinum, tá ið ansingin var løgd út. Henda sannroynd hevur viðvirkað til, at kommununar ynskja at økini skulu fíggjast við at landsskatturin skal lækkað og kommunuskatturin hækkað samsvarandi. Møguliga er hetta ein góð skipan. Tað sum eigur at hava týdning fyri Javnaðarflokkin er, hvat vit gera við tað sannroynd at

kommunuskattaskipanin vendir tunga endan niðureftir ? sum skipanin er í dag, so fara tær lágu inntøkurnar at bera ein lutvíst størri part av kostnaðinum, av økjum ið verða løgd út til kommununar, um kommunuskattaskipanin ikki verður broytt. Hetta kann ikki vera Javnaðarpolitikkur og tí er tað mín vón at flokkurin ferð at royna at finna eina haldgóða loysn fyri henda partin eisini. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur. http:// heima.olivant.fo/~ eydgunn

KOMMUNULÆKNAR Í KLAKSVÍK Kommunulækni 1: Claus Neumann (fyrrverandi viðtala hjá J. Petersen) Tlf. 456400

Telefonviðtala (læknin) Telefontíð (skrivarin)

Mán-frí. 08.15-09.15 mán-hós. 08.15-11.00og 13.00-14.00fríggjad. 08.15-12.00 Viðtala eftir avtalu.

Kommunulækni 2: Magnus Magnussen Tlf. 455451

Telefonviðtala (læknin)

mán-frí. 8.30-09.30 Telefontíð (skrivarin) mán-frí. 10.00-12.00 Viðtala eftir avtalu.

Kommunulækni 3: Hanus Hansen (fyrrv. viðt. hjá S. Weihe og C. Maschmann) Tlf. 455045

Ortopædkirurgiskur skómakari

vísa, at einstaka kommunan kennir nógv betur tørvin hjá borgaranu og er før fyri at nøkta hann ofta uttan at hetta viðførir meira umsiting. Í dag hava vit heimarøktina, røktarheim, vistarheim og sambýlir. Hesi tilboð eru ikki skipað sum ein eind. Verður øki kommunalt kann tað skipast við einari leiðslu, einum stað at skriva seg upp til røkt og einari upptøkunevnd, ið kann visitera umsøkjarar inn á tann stovn ið júst passar til hansara tørv. Henda skipan vil viðføra, at tørvurin í kommununi verður lýstur og viðgjørdur á einum stað. Umsitingin kann gerast einfaldari og

Telefonviðtala (læknin)

mán-frí. 08.30-9.30 Telefontíð (skrivarin) mán-frí. 10.00-12.00 og 13.00-15.00 Viðtala mán-frí. 10.00-16.00


14

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

FRÁ LEIKALUND Í oktober mánaða, fer Bárður Oskarsson at sýna fram 7 av sínum málningum, í Leikalund. Bárður er føddur í 1972, og umframt at verða teknari

og málari, er hann eisini rithøvundur. Hann hevur málað síðani 1985, og teknað barnabøkur síðan 1986. Av bókum, kann nevnast hansara seinasta,

“Ein hundur, ein ketta og ein mús”, sum nú verður útgivin í Frankarríki. Um málningarnar kann sigast, at teir onkuntíð mynda fólk, onkuntíð kan-

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu - 4.grundlendi í Árnafirði Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mei 1954, at Klaksvíkar Býráð á 30.november 2004 hevur samtykt at broyta part av verandi landbúnaðarøki í Árnafirði til smáídnaðarøki (merkt B5.2) Talan er um part av matr.nr. 88 í Árnafirði. Kort - saman við ætlaðu broyttu ásetingunum fyri økið - liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni inntil 28.oktober 2005. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi 6.januar 2006 fyri at koma við í býráðsins endaligu viðgerð av broytingini. Klaksvík 6.oktober 2005

ska og onkuntíð als ikki. Málningarnir eru einklar myndir, vektleys rúm og verður av ymiskum bræði. Bárður Oskarsson hevur áður tikið lut á fylgjandi framsýningum: Ólavsøkuframsýningin, 1992, 1995 og 1998-2004 Várframsýningin 2003, 2004 og 2005 Bryggen 2004 Føroyingahúsið í Keypmannahavn 1994, 1995 og 2002 Smiðjan í lítluvík 2002 og 2003 Cafe Jonas í Keypmannahavn 2004 Christiania í Keypmannahavn 2005

UNDIR NEYSTUNUM Um hóskandi boð fæst er eitt grundstykki við Traðargøtu Klaksvík til sølu, stødd 539 kvm. Tlf. 456813 ella 216813

BILUR TIL SØLU Peugeot 406 ('98) diesel. Nýsproytaður, gráður. Til sølu vegna flyting. Tlf. 229058

EYDNUHJÓL Stórt Eydnuhjól verður í Skálanum leygarkvøldið 15. oktober kl. 20.00. Hópin av góðum vinningum. Veðrar - lomb - geldær leikur - ur - fleskasteikir hálv krov - sodavatnskassar - fartelefonir Nokia 513i og mangt, mangt annað. Bygdarfelagið Báran í Árnafirði HÁTALARAR JVC bilhátalarar til sølu fyri 1000,- kr. Model CSV6932, 240 wattt - 40 HM. Tlf. 252402

Baarse Bibliotek í 1994

KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ

Framsýningin verður hangandi allan oktober mánaða, og er ein sera forvitninslig framsýning, ið er verd at vitja. OPIÐ ER:

Keyp av seyðaskinnum. Nú aftur er loyvi at útflyta saltað seyðaskinn til ES, og landið stuðlar við 300 tús. kr., fara vit at keypa seyðaskinn.

Mánadag til fríggjadag: 10.00-23.00 Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00

Vit taka bert móti saltaðum skinnum, og verða latnir hesir prísir: Sunnudag: 19.00-23.00

1. flokks saltað skinn kr. 16,00 2. flokks saltað skinn kr. 11,00 Pesjur verða ikki keyptar.

TIL SØLU Ymiskt innbúgv úr træ, bíliga til sølu, so sum bóndabrík, reolir, sjónvarpsborð og skenkur. Tlf. 757023 NEYTAKJØT TIL SØLU Gott neytakjøt úr Svínoy. Framfjórðingar 24 kr. kg og afturfjórðingar 26 kr. kg. Ring og bílegg á tlf. 253168. Vit senda kring landið.

Skenkur til sølu 2 deildur skenkur. Myrktbeisaður, við glasskápum við ljósi, undirskápum og skuffum. Í sera góðum standi. til sølu vegna flyting. Nýprísur 10.000 kr, til sølu fyri 8.000,- kr. Tlf. 45220 Neytakjøt Skorið føroyskt neytakjøt av Trøllanesi, grýtuklárt, til sølu. Tlf. 456665

Skinnini verða keypt samb. galdadi reglugerð um útflutning av seyðaskinnum. Hagreiðing skal verða eftir forskriftunum, og skulu skinnini m.a. kølast beinanvegin.

Gullringur funnin Trúlovilsisringur úr gulli, við áskriftini "Tín Elsa 6/3-99" funnin. Eigarin fær ringin við at ringja á tlf. 456891

Forskriftir um hagreiðing av seyðaskinnum kunnu fáast við at venda sær til MBM á telefon 30 90 00. Lýst verður seinni við, nær og hvar skinnini verða móttikin. Hoyvík 11-10-2005

Bil og Buss upp til 10 ferðandi

Hvølpur 6 mðr. gomul tík, fitt, friðarlig og kelin, von við børn, verður latin djóravini. Tlf. 583794

Alt fyrifallandi gravi arbeiði verður gjørt við lítlari gravumaskinu Tlf. 213600

SKÓTAHJÁLPIN Vit takka hjartaliga fyri góðan stuðul í samband við Skótahjálpina. Inn kom í klaksvík og bygdunum norðanfyri kr. 23107,-. KFUM&K - Skótarnir


15

NR. 38 FRÍGGJADAGIN 14. OKTOBER 2005

Uppsalamenn á fjalli Í góðveðrinum mikudagin vóru uppsalamenn á fjall í kenningini. Hóast summarið ikki hevur verið nakað serligt, lata teir ikki so illa at vektini. Uppsalar er ein av teim elstu býlingunum í Klaksvík og í mun til hinar býlingarnar, er meginparturin av jørðini ogn. Í Gerðum og á Biskupsstøð er alt kongsjørð ímeðan ein mørk í Vági er ogn. Á Uppsølum harafturímóti eru burturav 15½ mørk, tvey festi, tey eru Stovugarðurin og Heimistovufestið, tað fyrra tvær merkur og tað seinna 2½ mørk, restin er kenning. Ein partur av haganum er feli, størra gongan í felagnum er gongan í Syðrulíð

og hin er Keldurnar. Heimasti parturin av haganum er kenning og verður hesin parturin róptur fyri Heiman, í kenningini ganga tvey bein uppá gyllina. Áseyðatalið í syðrulíð er um 112 áseyðir, Keldurnar 70. Nógvar søgur eru sjálvsagt knýttar at fjallgongu og í so máta eru Uppsalar onki undantak. Sagt verður frá lítlari søgu um Keldurnar, tá gamalur maður spurdi røktingarmannin hvussu nógv var komið í rættina. Um tað tíðina hildu menn at 67 áseyðir vóru hóskandi fyri tann hagapartin. Røktingarmaðurin svaraði at 70 seyðir komu í rætt. Aftursvarið kom beinanvegin: "Far yvir at tak tríggjar, tí teir fara at forkoma restini í vegur. Hetta var ein lítil søga

UNDIR NEYSTUNUM LÝSINGARTEKSTUR

um, hvussu nærlagdir teir gomlu vóru, tá talan var ú áseyð. Hildnast væl Tað sum vit hava frætt um fletting úr Uppsalahaga

higartil er, at teir eru nøgdir við vektina, hóast summarið ikki hevur verið av teim bestu. Árið verður ikki av teim bestu nakrantíð, men miðalvektin er omanfyri miðal.

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

SENT HEVUR Navn: Bústaður: Bygd/býur: Tlf.: Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

LÝSINGARTREYTIR Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingar oman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100 kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum, er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar á kopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

VINARLIGA SETIÐ MÆR HESA LÝSING Í BLAÐIÐ TVÆR FERÐIR



Nordlysid nr 38 2005