Issuu on Google+

Fekst hetlendskt lambskjøt.

BÓGVAR, fyri kg..... kr. 47,-

www.nordlysid.fo NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23.SEPTEMBER 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

Úr Norðoyri til IRAK at vera herðmaður í Basra

SEINASTI DYSTURIN HJÁ KURT MØRKØRE Nýggir vetrarjakkar

Bert kr. 598,-


2

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

LEIÐARIN

Kvoturnar í Barentshavinum Nógv hevur verið frammi seinastu tíðina um prísin á kvotunum í Barentshavinum og tað er ikki sørt, at menn halda at tær eru tryggar og at tær fara at geva avkast í langa tíð framyvir. Um føroyingar eru síðustillaðir við íslendingar, tá ið ræður um at tinga seg fram til kvotur í norskum og russiskum sjógvi man helst vera ógvuliga ivasamt. Fiskivinnan í Íslandi er sterk, men munurin ímillum Føroyar og Ísland á fiskivinnuøkinum er, at Ísland als ikki er so tengt at fiskivinnuni sum vit eru og hevur tí fleiri streingir at spæla uppá tá tingast skal um kvotur í fremmandum sjógvi. Svartkjafturin hevur stilla okkum føroyingar rættuliga væl, tá ið tað hevur rátt um at útvega okkum toskakvotur í Barentshavinum og tíðum hevur verið ført fram, hvørt tað er rætt at vit selja svartkjaft í heimasjógvi afturfyri rættindi í Barentshavinum. Seinnu árini hevur eisini ligið í kortinum, at svartkjafturin verður kvoteraður. Nær tað hendir vita vit ikki, men flestu serfrøðingar á økinum eru samdir um, at tað er bert ein spurningur um tíð, nær kvotur vera settar á svartkjaftaveiðuna. Tað er onki at ivast í, at tann dag, tá ein kvotaskipan verður sett fyri svartkjaftaveiðuni, tá fer at tátta í hjá okkum í heila tikið at kunna lata nakað burturav. Tað fer so í øllum førum at hava við sær, at vit fara at standa munandi veikari yvirfyri russum og normonnum, tí sjálvandi vilja teir hava rættindi hjá okkum fyri okkara rættindi í teirra sjógvi og hava vit einki at lata, so standa vit veikir og veiðan í Barentshavinum fer at hanga í tunnum tráð. Tá ið rópt verður upp um "ogn Føroya Fólks" og samstundis verður tosað um veiðimøguleikar í fremmandum sjógvi so munnu teir, ið hava útvega okkum søgulig rættindi innanfyri fiskimarkið hjá øðrum tjóðum valla vera samdir. Tí eyðvitað halda teir seg av røttum eiga bróðurpartin av tí tilfeinginum. Frímund Hansen førir fram í blaðnum ídag, at tað var um hár gjørt, at JFK á sinni avgjørdi at gera nýggju trolararnar út til rækjuveiðu istaðin fyri at lata teir fara í Barentshavið at fiska tosk. Varð tað gjørt, ja, so var ongin toskakvota Barentshavinum at kjakast um og tí koma vit ikki uttanum, at teir sum hava hildið fast við hesa veiðu øll árini, hóast tað sá lokkandi út, at leggja um til rækjuveiðu, eiga æruna fyri at vit í heilatikið hava hesi rættindi. Tá ið tosað verður um virðir av kvotunum í sjógvi hjá grannum okkara eiga vit at vera varin at seta tøl á, tí sum sagt omanfyri, hava vit einki at lata afturfyri, ja, so er ongin kvota og skuldu vit mist kvotuna í Barentshavinum orsakað av minkandi svartkjaftakvotu í egnum sjógvi, so hava trolararnir í Barentshavinum lítlar møguleikar at klára seg fíggjarliga. Høvuðsstaðarpressan roynir framhaldandi at gita um kvotuvirðir, men tað kemur hon ongan veg við, tí fiskivinnumynstrið hjá okkum og íslendingum kann als ikki sammetast.

Aftur í vetur fer Klaksvíkar dansifelag at hava føroyskan dans fyri børn Byrjað verður aftur sunnudagin 25. sept. kl.20.00 Skálanum. Vit vóru glað fyri luttøkuna síðsta ár. Tá fingu vit bara nógv burturúr. Afturat tí fasta dansinum sunnukvøld, og nøkrum hugna-

kvøldum. So vóru vit ein túr Húsum, ein Havn og ikki minst ein ógloymandi túr í Finnlandi. Nú byrja vit 25. sept. við einum vanligum kvøldi, har vit dansa ein hálvan tíma, hava so ein steðg, at fáa saft

og evt. annað, og so dansa vit til uml. kl.21.00. Sunnukvøldi aftaná koma tey av Húsum og kanska viðingar at dansa við okkum. Vit hava ikki fyrr prøva at havt vitjan, so tað verður spennandi.

Men í løbi av vetrinum fara vit eisini sjálvi ein túr ella tveir. Vit vilja bjóða børnum, bæði nýggj og kend andlit, vælkomin niðan í Skálan sunnukvøldi.

Evangeliska Røddin heimasíðu: www.evr.fo Evangeliska Røddin (EvR) er sjálvstøðugur stovnur við tilknýti til brøðrasamkomurnar í Føroyum. EvR byrjaði virksemi sítt í 1966, tá farið varð undir at senda útvarpssendingar frá Trans World Radio í Monaco, Monte Carlo. Sendar vóru stuttar evangeliskar sendingar, 15 minuttir við sangi og talu, einaferð um vikuna. Sendingarnar vóru ætlaðar føroyingum í langfarasig-

ling ella búsettir langt heimanífrá; men eisini vóru nógvir trúgvir lurtarar í Norðurlondum og í Føroyum, og regluliga frættist frá lurtarum, sum Harrin hevði signað gjøgnum førsoysku sendingina. Tíðir broytast og EvR gavst at senda frá Trans World Radio í 1990, meðan annað virksemi helt fram og nýggir tættir vóru tiknir upp. Høvuðsvirksemið ídag er nærvarpssendingar gjøgnum Rás 2, sum hoyrast víða. Arbeitt verður framhaldandi við at útbyggja send-

inetið, soleiðis at tilber at náa nærum alt Føroya land. Sent verður regluliga á Rás 2: ”Kelduvaðið” Sunnudag kl. 13 – 14 ”Á Torginum” Týskvøld kl. 21.30 – 23 ”Orð á Leiðini” Hóskvøld kl. 19-19.40 EvR fæst eisini við at geva út fløgur við góðum andaligum sangi og tónleiki – í dag verða sett stór krøv til dygdina – bæði tónlistarliga og tekniskt og hesi krøv halda vit okkum nøkta, sum er. EvR fæst eisini við at

Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 25 ár 25 ár eru nú liðin síðan byrjað varð við Føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni. Arbeiðið byrjaði í 1980 við at nøkur lesandi komu saman til bíbliutímar í heimunum hjá hvør øðrum. Árið eftir varð arbeiðið víðkað til eisini at umfata møti í Eliaskirkjuni annaðhvørt leygarkvøld og frá 1989 hevur møtið, sum er høvuðstiltakið, verið hvørt leygarkvøld. Í 1992 var byrjað við sunnudagsskúla á Oyrasundskolleginum og umframt hetta verður eisini skipað fyri m.a. andaktum á Hotel Tórshavn, heystlegu og evnisdøgum. Eisini hevur arbeiðið eina heimasíðu har kunnað verður um

arbeiðið og tey ymisku tiltøkini, sí www.eliaskirkjan.dk Føðingardagurin verður hildin við veitslu fríggjakvøldið 7. oktobur kl.19.00 og einum møti leygarkvøldið 8. oktobur kl. 19.00. Øll hesi árini hava nógvir føroyingar havt sína gongd í Eliaskirkjuni og á ymiskan hátt tikið lut í arbeiðinum. Vit vóna at síggja nógv av teimum aftur til hátíðarhaldið. Tá matur er á skránni er neyðugt at tekna seg til veitsluna fríggjakvøldið við at senda teldubræv til pmo@glerfoss.com ella at ringja til Tlf. 32886907. Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni

taka upp møtir – talur og sang – sum so kann keypast sum kasettubond ella fløgur. Ynskið er, at alt verkið í Evangelisku Røddini verður gjørt til æru Harrans eina – at trúgvandi verða uppbygd og fram um alt, at sálir verða frelstar. Grundsjónarmiðið er, sum Paulus sigur í Áp. 20.27, ”at kunngera alt ráð Guds”. Á nýggju heimasíðuni, www.evr.fo, eru tíðindi og hópur av upplýsandi tilfari.


3

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Pipar & Salt í Klaksvík Nú koma teir!! Tað hevur gingið striltið at fáa greiðu á, um teir koma ella ikki; og nær Nakað sum sambandið við "Skeiva Hellið" - alt er ivasamt, men spennandi. Pipar & Salt vera í KÍhøllini 1. oktober 2005 kl. 21.00. Atgongumerki fáast á Statoil Støðini í komandi viku - Kostnaður kr. 160,-

Pipar & Salt hava herjað rættiliga illani í Tórshavn og í Suðuroy. Sum liður í útoyggjamenningini, hava teir nú valt at koma til Klaksvíkar eisini. Onkur heldur fyri, at hetta samstundis er fyri at sláa metið hjá Summar-festivalinum, har meir enn 8.000 áhoyrarar vóru. Longu nú heva umleið 8000 sæð og hoyrt Pipar & Salt. So eftir Klaksvíksferðina hava kanska smá 10.000 verið vitnið til Føroya besta undirhald. Tað verður bert tann eina sýningin í Klaksvík..


4

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Til minnis um Jónu Andreasen Nú Jóna er farin renna tankar fram fyri meg,eg sum altíð var so væl komin í tykkara fyrimindarliga heim,altíð við einum góðum orði,aldrinn eitt øvugt orð at hoyra frá tær Jónu, altíð so positiv, spurgdi hvussu gekk,hvar eg sigldi og hvussu mamma hevði tað.Tú segði mær altíð frá tínum børnum,sum tú vart so góð við og ynskti alt tað besta Mangt práti høvdu vit tvørturum garðin tá tú var á snórinum og eg í túninum ella tá eg møttið tær, altíð so smílandi onkustaðni í bynum.

SILVURBRÚDLEYP Mánadagin 31. okt. hava Betty og Noel Joensen, silvurbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum fríggjakvøldið 28. okt. kl. 19.00 Tey ið vilja gleðast saman við okkum hetta kvøldið, vera biðin um at siga frá á tlf: 457337-222779-457022 ella Betty@ns.fo áðrenn 18. okt.

Pensionistafelagið Hugni hevur opið hús hvønn týsdag kl. 15.00 í Skótahúsunum.

Manga góða løtu sótu eg og Pól Jóhan og eisini Sigrid í tykkara heimi,ið eg seint komi at gloyma.Eisini eru eg og dóttir tín Annefía javngomul. Saknurin man vera stórur hjá tykkum Hans Jakup,Sigrid,Pól Jóhan,Andreas,Annefía og Maria. Ein stórur uggi er at Jesus sigur Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð.Æra veri minni um Jónu. Alex

Seyða-Bingo Stórt seyðabingo verður í skálanum mánakvøldið 26. september klokkan 19.30. HØVUÐSVINNINGAR:

10 lomb Hetta er seinasta seyðabingo í ár.

Øll eru vælkomin inn á gólvið.

VINNINGUR TIL FULLA PLÁTU: Klaksvíkar Ungdómshornorkestur

Hálvt krov

takkar øllum, sum stuðlaðu okkum í summar, tá vit vóru á konsertferð í Wick.

Og sjálvandi hava vit eisini hópin av øðrum góðum vinningum.

STUÐLAR: Norðurlandahúsið, Mentanargrunnur Landsins, Com Data, Klaksvíkar Hornorkestur, Føroya Bjór, Atlantic , Postverk Føroya, Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar Kommuna, Fonn Flog, Sp/F Klaksvíkar Autolakering, P/F Northern Fish cold Storage, Snørisvirkið P/F.

Øll sum vinna seyð fáa seyðin ókeypis flettan!!!

Konsert fyri øllum, ið stuðlaðu okkum verður í Atlantis 27. september kl. 19.00.' Hjartaliga vælkomin. KLAKSVÍKAR UNGDÓMSHORNORKESTUR

Hjartaliga vælkomin øll somul. BYGDARFELAGIÐ BÁRAN Í ÁRNAFIRÐI.


5

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Seinasti dysturin hjá Kurt Mørkøre Tá ÍF vitjar í Klaksvík sunnudagin verður tað samstundis seinasti dysturin hjá Kurt Mørkøre Kurt varð boðsendur av KÍ fyri at styrkja hópin og tað má sigast at hetta hevur eydnast væl. Gongdin er vend til tað betra og tað eigur allur KÍ hópurin æruna av og sjálvur heldur Kurt at aftari parturin av liðnum eigur stórstu æruna. - Eg má siga sum er at KÍ hevur ein sterkan hóp sum hevur gott leikaratilfar, men trupuleikin hevur verið at fingið allar at staði saman sum ein hópur og lyft í felag. - Hóast KÍ liðið sum sagt hevur góðar leikarar so kunnu teir tapa á øllum liðum í 1.deild tá teir ikki stríðast og tað er nokk hetta sum hevur verið stórsti trupuleikin í ár. Skulu vinna á ÍF Næsti dysturin er lagnudysturin móti ÍF sunnudagin í Klaksvík og Kurt heldur avgjørt at KÍ eigur at vinna hendan dystin. - Eg trúgvi fult og fast uppá at vit kunnu vinna á øllum liðum í føroysku deildini, tá allir stríðast og tí er tað umráðandi at vit ikki undirmeta nakað mót-

støkum leikarum og eg ivist onga løtu í at aðrir fara at loysa uppgávuna til fullnar eftir at eg eri farin aftur til Norra.

Kroppurin vil ikki spæla fótbólt meira og tí er hetta óivað seinasti dysturin hjá mær. støðulið men offrað okkum í stríðunum fyri felagið. Um vit stríðast 100% so vinna vit á ÍF, eingin ivi um tað! Eg sigi ikki hetta tí at eg undirmeti nakran, men eg eri sannførdur um at vit eiga at vinna um vit geva alt tað vit eiga. Seinasti dysturin Dysturin sunnudagin verður samstundis seinasti dysturin hjá Kurt Mørkøre. - Kroppurin hjá mær loyvir mær ikki longur at spæla fótbólt og undan Skála dystinum fekk eg

Vit takka Kurt fyri øll tey mongu málini .......

eina fibur spreinging í lærið og tí havi eg heldur ikki kunna vant regluliga. - Tí verður dysturin ímóti ÍF seinasti dysturin hjá mær og tað er ikki nakað sum kemur at broyta tað. Kurt fer síðani at taka norsku venjara útbúgvingina, og síðani er ætlanin at gerast venjari. - Tað hevði verið gott at sett punktum fyri fótbóltskarieruna við einum sigri í Klaksvík. Tað hevur altíð verið eitt stórt upplivilsið at spælt í Klaksvík, og tí vil eg takka áskoðarunum fyri tann stuðul sum teir altíð

hava givið okkum. - Tað er eingin ivi um at vit eiga bestu áskoðararnar í landinum og tað eiga vit at vera stoltir av. - Harafturat vil eg takka venjarunum og leikarunum á KÍ liðnum. Tað hevur verið ein forrættur at verið í KÍ hópinum og stemningurin í hópinum hevur eisini verið fram úr góður. Aðrir taka yvir Hóast KÍ hevði tapt 8 dystir áðrenn Kurt kom heim aftur, sigur Kurt at leikluturin hjá honum ikki hevur verið avgerandi.

... fyri tolsemið við dómarar..................

- Eg kann bara fegnast um at vit hava vent gongdini og at eg skal eiga æruna fyri hetta er ikki rætt. - Eg roknaði ongantíð við at eg fór at skora eina rúgvu av málum, men eg trúði uppá at rutinan og geisturin hjá mær kundi hjálpa til at fáa tingini at glíða betur, og eg haldi at eg havi havt eina positiva ávirkan á gongdina. - Men KÍ kemur ongantíð at standa ella fella við ein-

Framtíðin. Spurdur um framtíðar útlitini hjá KÍ, sigur Kurt at um KÍ skal mennast til at vera meistara kandidatur er neyðugt at arbeitt verður miðvíst. - Vit mugu syrgja fyri at vera nærlandir í øllum og altíð vera klárir at koma fram við tí positiva. - Hópurin er sterkur og tí hevur tað týdning at hann verður varðveittur tí so skulu vit bert hava einar tríggjar leikarar afturat fyri at hava eitt topplið. - Vit eru sera væl skipaðir í løtuni í verjuni, og tað mugu vit halda fast við tí hetta er grundarlagið undir vandamiklum og skjótum kontraspæli. - Eg haldi avgjørt at styrkin á liðnum hjá okkum í løtuni er í verjupatinum, íroknað málverjan. jwj

Dysturin millum KÍ og ÍF verður Sunnudagin kl. 15:00

... fyri drúgva og trúfasta tænastu hjá KÍ


6

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Reinsiverkið í Árnafirði tikið í nýtslu Á lítlari samkomu í Árnafirði mikudagin, varð nýggja kommunala vatnreinsiverkið alment tikið í nýtslu. Eisini Árnafjørður hevur nú fingið sóttreinsað vatn í kránarnar og í Árnafirði bleiv boðað frá, at nú var bert eftir at gera reinsiverk í tí partinum av Kalsoynni, ið hoyrir undir Klaksvíkar Kommunu. Reinsiverkið í Árnafirði er dimensionerað til at kunna reinsa 16 tons av vatni um tíman. Afturat reinsiverkinum er eisini ein vatngoymsla bygd, ið tekur um 80 rúmmetrar av vatni. Vatnnýtslan í Árnafirði er ikki stór í løtuni orsakað av

at flakavirkið liggur stilt, men fer tað ígongd aftur, so klárar reinsiverkið væl tað eisini. Tað vóru teir báðir Kristian Fr. Olsen og Steinbjørn Jacobsen, ið skrúvaðu frá vatninum. Kristian Fr. skrúvaði frá vatninum úr Stórhøvdaánni til vatnreinsiverkið ímeðan Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri skrúvaði frá vatninum frá reinsiverkinum og út á vatnleiðingarnar í Árnafirði. Inni í reisiverkinum er eitt sandfyltur, sum fyrst filtrerar vatnið og síðani eitt UV-filtur, ið við strálum drepur møguligar bakteriur í vatninum, sagt varð eisini, at góðir møguleikar eru at økja um orkuna hjá vatnreinsiverkinum um tørvur er á tí í framtíðini.

Røðan sum Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt í samband við at Árnfiringar fingu nýtt vatnreinsiverk: EG veit ikki um vit kunnu siga hetta er ein stórhending, men hetta er í øllum førum ein søgulig hending og eitt neyðugt stig sum er tikið fyri Árnafjarðar bygd. Viðvíkjandi tí framhaldandi vatnútbyggingini hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur kommunan í seinastuni arbeitt við nøkrum veruligum uppskotum viðvíkjandi sóttvatnsveiting til bygdina Árnafjørð. Hetta er triðja reinsuverkið hjá Klaksvíkar Kommunu. Fyri júst seks árum síðani varð fyrsta reinsuverkið við Ánagjógv tikið í

nýtslu, og fyri fýra árum síðani kom næsta reinsiverki niðan Horn. Eftir at tosa varð við nakrar Árnfirðingar, so var hin mest áhugaverda ætlanin, vatnið frá Stórhøvdaánni, sum møguliga ongantíð tornar upp. Uppskotið til hesa verkætlan gongur í stuttum út uppá, at ein nýggj vatntøka í Stórhøvdaánni, varð gjørd á uml. 114 m hædd og haðani íbundin í eina sjálvreinsandi sílu. Síðani varð haganífrá, løgd ein vatnleiðing oman til landsvegin til eina trýs-

treduktiónsstøð, og haðanífrá oman til bygdina, og íbindin tað kommunalu vatnleiðingina niðri í bygdini. Síðani liggja rørleiðingar frá reduktiónsstøðini og niðan til reinsiverkið og goymslutangan. Góður møguleiki skuldi eisini verið, um neyðugt, at fingið Stóránna, sum rennur millum bergholini, koblaða til reinsiverkið. Við omanfyrinevndu samanseting skuldi Árnafjørður verið væl fyri víðvíkjandi rávatntilrenning og sóttreinsaðum vatni til byg-

dina. Men møguleikin fyri at vit kunnu náa tey ytstu mørk viðvíkjand frosti og turki er sjálvandi til staðar. Árnafjørður hevur frammundan fingið vatn úr Breiðá, men nú henda verkætlanin er sett í verk, er skrúva fyri vatninum hiðani frá. Eisini er skrúva fyri vatninum frá einum privatum felag, sum leveraði vatn til húsini inni í bygdini. Sostatt fær nú øll bygdin vatn frá hesum nýggja reinsiverkinum í Àrnafirði Skal við hesum ynskja

øllum Árnfirðingum hjartaliga tilukku við degnum, við vón um at hetta kemur at gagna øllum íbúgvum í ÁRNAFIRÐI. Vónið eisini at framleiðsuvinnan her í Árnafirði kemur at reisa seg aftur, so eisini hon kann fáa nyttu av reinsuverkinum, tí treytin fyri góðari framleiðslu er reint vatn. Til seinast fari eg at takka fyri og nevna tær fyritøkur sum hava verði við í hesu verkætlan, og gjørt eitt sera gott arbeiði. Sp/f HP-smíð, hevur gjørt húsið til reinsiverki JT

electric hevur gjørt alt elarbeiðið NOMATEK, hevur montera, levera reinsiannlegg, sum rør, sandfiltur og UV-filtur v.m. sp/f Dorus S. Johannesen, gjørt vatntøku, grevstur, uppseting av Reduktiónstøð lagt vatnrør millum ventilhúsið og vatnverkið. Svend Krosstein, hevur levera goymslutanga. Sp/f Martin E Leo projektera Henda verkætlan kostar tilsamans 1,3 mill.kr.


7

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Kvøldskúlin á Fossánesi Veturin 2005/2006 Vit bjóða hesar lærugreinir í vetur: MÁNAKVØLD: Hondarbeiði 18:30 - 22:00 v/ Jonnu Johannesen tlf 452013 TÝSKVØLD: Trolskeið 18:30-22:00 v/ Osvald Sivertsen tlf 452037 TÝSKVØLD Gittarspæl á byrjunarstøði (Frítíðarvirksemi 12 til 25 ár) 19:00-20:40 v/Jákup Martin Poulsen tlf 452084 MIKUKVØLD: Seyming 18:30- 22:00 v/Ása Justesen tlf.222539 Byrjað verður eftir avtalu vit tann einstaka læraran. Luttøkugjaldið er 300 kr pr.næming,sum verður goldið fyrsta kvøldið. KVØLDSKÚLIN Á FOSSÁNESI


8

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúli og listaskúlin Veturin 2005-2006 HANDVERK OG LIST Tekning-máling Tilmelding 456177 Mánadag 15.00-18.30 Mánadag 18.30-22.00 Mikudag 18.30-22.00 kostn: 600 kr.

Archibald Black Archibald Black Archibald Black

Postalínsmáling Tilmelding 455220 - 755670 ( evningsst.) Mánadag 18.30- 22.00 Ragna Matras kostn: 500 kr. Træsmíð Tilmelding 456407 - 216704 (Træsm.st.) Týsdag 18.30-22.00 Birgir Joensen kostn. 600 kr. Horn-og silvurarbeiði Tilmelding 217713 Hósdag 18.30-22.00 kostn. 500 kr. HANDARBEIÐI Brodering Tilmelding 456129 Mánadag 18.30-22.00 Týsdag 18.30-22.00 kostn: 600 kr

Ítróttur gentur - dreingir Rørslutarnað (Boccio) Tilmelding 457565 Hósdag 18.00-19.00 kostn. 300 kr

(fiml. Høll 1) Margee Dam

Tilevning Tilmelding 455381 - 455716 (stova 108) Týsdag 18.00-20.35 Katrin Jacobsen kostn. 300 kr. Hannebeth Biskopstø

( stova 101 ) Jutta Hansen Jutta Hansen

Svimjing 14 ár og eldri Tilmelding 457224 - 457139 ( Sv. Høllin ) Leygardag 18.00 - 20.00 Carsten Andersen Leygardag 18.00 - 20.00 Tummas Joensen kostn. 300

Tilskering/Seyming (eftir egnum ynski) Tilmelding 457162 - 268737 ( Seymist.) Mánadag 18.30 - 22.00 Heidi Høgnesen Mikudag 18.30 - 22.00 Heidi Høgnesen kostn. 600 kr.

Guðrun Elttør

ÍTRÓTTUR Aroebic-kvinnur Tilmelding 456979 -756979 (fiml.høll 2) 216861 Mánadag 19.00 - 20.00 Bergljot Johannesen Hósdag 19.00 - 20.00 Bergljot Johannesen Mánadag 20.00 - 21.00 Brynhild Nolsøe (nýbegynnarar) Hósdag 20.00 - 21.00 Brynhild Nolsøe kostn. 400 kr. Ítróttur - menn fimleikur, (motión) Tilmelding 457020 Mánadag 19.00-21.00 Hósdag 19.00-21.00 kostn. 400 kr

Ítróttur gentur - dreingir Menningartarnað (Boccio) Tilmelding 457565 ( fiml.høll I) Hósdag 17.00-18.00 Margee Dam kostn. 300 kr

( Træsm. st. ) Jógvan Østerø

Veving-Litalæra Tilmelding 455278 - 270178 (Vevskúlin) Mánadag 18.30-22.00 Jacobina Heinesen Týsdag 18.30-22.00 Jacobina Heinesen kostn: 600 kr.

Hondbinding Tilmelding 457403 Týsdag 18.30 - 21.05 kostn. 500 kr.

EYKATILBOÐ TIL MENNINGARTARNAÐ/RØRSLUTARNAÐ Matgerð Tilmelding 455381- 455716 (skúlakøkur) Mikudag 18.00-20.35 Katrin Jacobsen kostn. 300 kr Hannebeth Biskopstø

(fiml.høll 1) Elmar Krosstein Elmar Krosstein

Fimleikur - "Foreldur-børn" ( 3 ár til skúlaaldur) Tilmelding 457118 (fiml.høll II) Hósdag 17.00-18.00 Jacquelin Gardar Hósdag 18.00-19.00 kostn. 300 kr. Ryggfimleikur -Kvinnur - Menn Tilmelding 457020 ( fiml.høll II ) Mánadag 18.00 - 19.00 Elmar Krosstein kostn. 400 kr.

TÓNLEIKUR - SANGUR Hornblástur Tilmelding 457181 (Venjingarhølið) Mánadag 19.45- 22.10 Kjell Orseth Mikudag 19.45- 22.10 Kjell Orseth kostn. 400 kr Guitarspæl ( byrjunarstig og víðari komin ) Tilmelding 459988 252486 Mánadag 18.00 - 19.40 Magni Husgaard kostn. 400 kr Tónleikabólkur ( fyri á leið komin ) Tilmelding 252486 - 455880 - 227972 ( Kl. Tónlistaskúli ) Týsdag 19.00 - 21.30 Høgni Klakkstein/ Magni Husgaard Stílur : Latín, Popp-Jazz v.m. Undirvíst verður í : Klaver 252486 Magni Husgaard Keyboard " " " Trompet " " " Tronbon " " " Saxofon " " " El. Bass 227972 Høgni Klakkstein El. Guitar " " " Trummur/Perc. " " kostn. 300 kr. Rytmiskt Klaver Tilmelding 459988 - 252486 Hósdag 18.00 - 19.40 Magni Husgaard kostn. 400 kr Violin Tilmelding 263358 - 456577 (Tónlistaskúlin) Hósdag 18.00 - 20.35 Ljudmila Berezina kostn.400 kr Klaver Tilmelding 456577 - 263358 (Tónlistaskúlin) Mikudag 18.00 - 20.35 Ljudmila Berezina kostn. 400 kr.

Tónleik á teldu Frálæra í tónleikaforritinum "Cubase sx 3.0. Eisini verður nortið við "VST-effektir", "VST-ljóðførir og forritið " Proppelerhead Reason." Tilmelding 459988 - 252486 Hósdag 19.50 - 21.30 Magni Husgaard kostn. 500 kr. Harmonikuspæl Tilmelding 457555 - 265425 ( st. 113 ) Hósdag 18.00 - 21.00 Óli Johannesen kostn. 500 kr. Kórsangur - Kvinnukór Tilmelding 455836 Mánadag 18.00 - 21.00 kostn. 300 kr.

( venjingarh.) Steinvør Fonn

MÁL -DRAMA - DÁTULÆRA Telduskeið Tilmelding 456540 (Teldust.) Týsdag 18.00-19.30 Sjúrður á Kósini Byrjunarskeið í tekstviðgerð, rokniarki, interneti v.m. kostn. 500 kr. Telduskeið Tilmelding 456540 (Teldust.) Hósdag 18.00-19.30 Sjúrður á Kósini Víðkað skeið í tekstviðgerð, rokniarki, interneti v.m. kostn. 500 kr. Telduskeið Tilmelding 457403 (fram til jóla) (Teldust.) Hósdag 19.30- 22.00 Stig Elttør Styttri skeið í myndaviðgerð, heimasíðusmíð v.m. (á byrjunarstigi) kostn. 500 kr. Føroysk rættskriving ( st. 112) Tilmelding 457795 Hósdag 19.30 - 21.10 Jóhan Henriksen kostn. 400 kr. Enskt (60 t. á byrjunarstigi) lesa, hoyra, skilja, tosa Tilmelding 456587 ( st. 113) Týsdag 19.00 - 20.35 Ólavur Niclasen kostn. 400 kr. Íslendskt (grundleggjandi innlit ) (st. 112) tala, skilja Tilmelding 455194 Týsdag 19.00 - 21.35 Helga H. Gerðalíð kostn. 400 kr. Drama & sjónleikaverkstaður (fyri børn/vaksin) Rødd - rørsla & leikur. verður lýst nærri seinni í heyst. Arbeitt verður í løtuni við at finna hóskandi høli. DUGNASKAPARSKEIÐ -RADIOSKEIÐ Dugnaskaparroynd í sigling Tilmelding 456128 - 455574 (Sjóm.sk. ) Byrjar eftir avtalu Anton Kruse Højgaard kostn. 650 kr. Radioskeið VHF við DSC ( ROC ) Tilmelding 456128 - 455574 (Sjóm. sk.) Byrjar eftir avtalu Anton Kruse Højgaard kostn. 400 kr


9

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005 FRÍTÍÐARVIRKSEMI At loysa úr lagdi / skinnarbeiði Tilmelding 457152 - 250925 (Handarb. sk.) hósdag 19.00-22.00 Anna E. Abrahamsen kostn. 300 kr. Talv Tilmelding 457098 Týsdag 17.30 - 19.30 Hósdag 17.30 - 19.30 kostn. 300 kr

Heystskeiðið 2005 Nøkur pláss eru eftir í hesum lærugreinum :

(Talvhúsið) Petur H. Poulsen Petur H. Poulsen

ÍTRÓTTUR Motiónsfimleikur fyri pensionistar Tilmelding 457020 (fiml.høll II) Mánadag 17.00 - 18.00 Elmar Krosstein kostn. 300 kr Ítróttur Boccio fyri pensionistar Tilmelding 457565 Hósdag 16 - 17 kostn. 300 kr

Føroya Handarbeiðsskúli

(fiml.høll I ) Margee Dam

Undirvísing á 8., 9, og 10. flokka stigi verður í hesum lærugreinum, um nóg nógv tekna seg, og skeiðið verður góðkent. Undirvísingin kann enda við próvtøku í juni 2006. Rokn/støddfrøði Alisfrøði Evnafrøði

Skeið í broderí 2: Lært verður at brodera/montera turriklæði, fyriklæði og kýsa til føroysk klæðir. Og ymiskt annað broderí. At gera bregda, hosu- og tólvtáttabond. Undirvísari á hesum skeiði verður: Paulina Eliasen Tilmelding: Tlf 456614 Kostnaður: 450,Skeiðið verður hesar dagar: 3/11- 4/11- 17/11- 18/11- 24/11- 25/11- 1/122/12 Byrjað verður hvønn morgun kl. 8.15 Skeið í tøving 1- viku skeið: Lært verður at tøva stykkir og at forma til ymiskar brúkslutir. Formtøva hattar, húgvur, skógvar, taskur o.a. Undirvísari á hesum skeiði verður: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: Tlf. 457152 og 250925 Kostnaður:250.Tíðarskeið: Vika 43, 25 til og við 28 novembur Byrjað verður hvønn morgun kl. 8.30 Seyming: Seyma einføld barnaklæðir. Undirvísari á hesum skeiði verður: Guðrun Elttør Tilmelding: Tlf. 457403 Kostnaður: 450,Tíðarskeið: 3/10- 18/10- 19/10- 20/10- 21/10 31/10- 14/11- 21/11- 23/11 Byrjað verður hvønn dag kl. 13.00

Týskt Danskt Navn: Føðidato: Telefonnr.: Gjaldið fyri luttøku 500 kr. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning myndugleikanna. Næmingar gjalda sjálvir møguligt tilfar. Fyrivarni : Broytingar í tímaskrá og kostnaði kunnu gerast neyðugar. Luttøkugjald : Goldið verður fyrsta kvøldið Byrjað verður í viku 39, um annað ikki er viðmerkt. Boð um møguligar broytingar fáast frá avvarðandi lærara. Upplýsingar annars á tlf. 455826 - 455564

Klaksvíkar Kvøld og Ungdómsskúli og Listaskúlin

Maskinbinding fyri nýbegynnarar og víðari komin: Lær at kenna tína bindimaskinu. Lær at koma í gongd at binda einkult pløgg. Lær at kasta uppá, taka inn og út, lær at binda mynstur. Og ymiskt annað. Undirvísari á hesum skeiði verður: Sunrid Hansen Tilmelding: Tlf. 459330 og 503487 Kostnaður: 300,Skeið1: Tíðarskeið: Vika 39, 26 til og við 30 sep Skeið2: Tíðarskeið: Vika 45, 7 til og við 11 nov Byrjað verður hvønn morgun kl. 8.45

Skeið í Máling/ tekning: Lær at mála/tekna á spennandi hátt. Lær rúmd, dýpd, skuggar o.a. Nýtt verða ymiskir máli/ tekni- teknikkir. Undirvísari á hesum skeiði verður: Maria Mørkøre Tilmelding: Tlf. 458055 og 218056 Kostnaður: 300,Undirvíst verður týskvøld, byrjað verður í viku 38 Undirvíst verður frá kl. 19.00 - 22.00 Skeið í skinnseyming/leðurseyming: Lært verður at seyma úr gomlum skinnpløggum og leðurlutum. Seymast kunnu t.d. taskur, beltir, vestar, pungar og mangt annað. Eisini ber til at fáa gomul pløgg ( lutir ) sum nýggj aftur. Undirvísari á hesum skeiði verður: Anna Evensa Abrahamsen Tilmelding: tlf. 457152 og 250925 Kosnaður: 250,Tíðarskeið: Vika 49, 5 til og við 9. desembur Byrjað verður hvønn morgun kl. 8.30 Seyming: Seyma klæðir til vaksin og børn. Seyma eftir mynstri.Seyma gardinur, pútir, dúkar og mangt annað. Undirvísari á hesum skeiði verður: Sólva Hansen Tilmelding: Tlf. 455985 Kostnaður: 250,Tíðarskeið:22/11- 28/11- 29/11- 30/11 byrjað verður hvønn morgun kl. 8.30 Nøktandi undirtøka og góðkenning frá myndugleikunum er ein treyt fyri, at skeiðini verða veruleiki. Skúlin tilskilar sær rætt til møguligar broytingar í skránni.

Føroya Handarbeiðsskúli tlf. 218121 - Jørisgøta - Fo-700 Klaksvík

Túrur til Liverpool Liverpool Føroyar skipar fyri túri til Liverpool í sambandi við dystinar móti West Ham tann 29. oktober og móti Anderlecht tann 1. november. Tekna teg sum skjótast. Føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool FC skipar

fyri túri til Liverpool í døgunum 29. oktobur til 2. novembur. Farið verður úr Vágum leygarmorgunnin 29. oktobur kl 08.00 og flogið verður beinleiðis til Liverpool. Ferðast verður heim aftur kl. 02.00 náttina til 2. novembur. Leygardagin verður dystur móti West Ham á Anfield og týsdagin 1. novembur er tað Champions League dystu-

rin móti Anderlecht. Gist verður nakað uttanfyri Liverpool á góðum 4 stjørnaðum hotelli, har 45 dupult kømur eru. Prísurin er fyri ferðina aftur og fram, hotel uppihald í 3 nætur við morgunmati, bussferðir millum flogvøllinum og hotelli, og til dystirnar, umframt atgongumerkir til dystirnar. Samlaði kostnaðurin fyri túrin er einans kr. 5.500 fyri

hvønn. Tað er tó ein treyt at minst 90 luttakarar verða við á ferðini. Tit eru vælkomin at melda á tykkum til longu nú við at senda ein e-post til liverpool@liverpool.fo. Sí kunning á heimasíðuni www.liverpool.fo.


10

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Góð úrslit fáast bert við at arbeiða hart hesum málinum. - Í Anniku hava vit mist ein royndan leikara og tað krevur altíð tíð at venja ein nýggjan tí hóast ungir leikarar kunnu vera evnaríkir so skal ein ávís rutina til á liðnum. - Tað verður ein stór avbjóðing hjá mær at fáa teir ungu spældar inn á liðið men eg ivist onga løtu í at hetta fer at eydnast men tað fer at krevja nógv arbeiði. - Eg trúgvi upp á liðið tí eg veit at leikararnir vilja arbeiða fyri sakini og tá ber alt til.

hetta sigur nýggi venjarin hjá Stjørnuni Lazer Kordic, sum leygardagin skal stjórna Stjørnuni í fyrsta landskappingardystinum í ár. Lazer Kordic er 48 ára gamal og er úr Serbia. Hann byrjaði sum sjálvstøðugur venjari í 1987 og hevur arbeitt burtur av sum hondbóltsvenjari síðan 1994. Hann var m.a. U19 venjari hjá Joguslaviska landsliðnum til heimsmeistara kappingina í 2003. Ynski frá leiðsluni Nýggi venjarin hjá Stjørnuni sigur at ynski frá leiðsluni er at hann skal menna yngru leikararnar í felagnum, soleiðis at fremsta liði ikki verður so tengt at útlendskum leikarum sum tað hevur verið. - Eg havi einans verið 20 dagar í Klaksvík tí trupult var at fáa uppihaldsloyvi. - Meðan eg bíðaði eftir uppihaldsloyvinum fekk eg sjónbanda upptøkur sendandi av dystum hjá Stjørnuni í fjør og skal eg siga sum er so hevði eg vænta meiri enn eg havi sæð hesa stuttu tíð eg havi verið í Klaksvík. Tríggir av stammuleikarunum í fjør spæla framvegis fótbólt og tað órógvar, og skal eg siga sum er so eru umstøðurnar sum hondbólturin í Klaksvík virkar undir ikki at samanbera við tær umstøður sum eg eri vanur við. - Her hugsið eg ikki so nógv um karmarnar kring hondbóltin men meira hugburðin sum leikarar hava til sína ítrótt. Talent hevur lítið at tíða - Trupuleikin við liðítrótt í dag er at vit hava lindi til at fella í grøvina har vit fokusera upp á einstakar leikarar. - Hondbóltur er ein liðítrótt og tí mugu vit arbeiða

við øllum leikarar og allir mugu arbeiða hart um vit skulu fáa úrslit. - Megna vit at fáa hvønn einstakan leikara at skora fýra ferðir gjøgnum ein dyst og við spæla við sjey spælarum, so verður tað 28 mál, og tá verður trupult at vera mótstøðulið. - Eg trýgvi at Stjørnan í løtuni eigur leikarar sum eru førir fyri hesum men til tað krevst at teir arbeiða hart. - Eg havi altíð sagt at í hondbólti og í øllum øðrum ítrótti telja evnini sera lítið um tú vilt náa eitt høgt støði. - Øll kenna vit evnaríkar leikarar sum ongantíð vunnu nakað. - Evnini telja ikki meiri enn 10%, restin er arbeiði. Hevur tú ikki evnir til eitt hvørt men venur tað upp í saman einar 5000 ferðir, so dugur tú tað til endans.

- Vit hava vant nógv við verjuspæli og verjuspæl er sera krevjandi, men tað er grundarstøði undir einum góðu liði. - Málið hjá okkum í ár er at vinna allar dystirnar og gerast meistarar. Sjálvur vil eg altíð vinna dystir og tað er hesin vinnaramentalitetur sum eg fari at royna at leggja niður í leikararnar. Krøvini til leikararnar Lazer Kordic hevur sum sagt verið venjari á høgum støði í Joguslavia og tá vit spurdu hann um tað var stórur munur millum føroyskan hondbólt og tað sum hann er vanur við, svarar hann játtandi. - Fyrst og fremst hugburðurin til ítróttina er annaleiðis enn tað sum eg eri vanur við. - Fyri at siga sum er so venja vit sum amatørar men vanta eitt professionelt

úrslit og tað hongur als ikki saman. - Har eg komi frá eru eisini amatørfeløg men venjingin er á sama støði sum hjá teimum professionellu. - Amatørarnir hjá okkum venja eisini 8 ferðir um vikuna, eins og teir professionellu, munurin er einans at teir professionellu vinnu pening fyri sína ítrótt. - Her venur Stjørnan tríggjar ferður um vikuna og tað er alt og litið og samsvarar als ikki við tað orku sum felagið og sponsorar leggja í hondbóltin. - Við nógvari venjing gerast dystirnir baði betur og lættari at spæla og teknisku feilirnir, sum í dag eru alt ov nógvir, koma niður á eitt rímuligt støði. - Á vidoupptøkunum sá eg at føroysku leikararnir gera sera nógva tekniskar feilir og tað vísir eisini at

venjingarstøði er ikki nóg høgt. - Vit mugu upp á eitt støði har vit venja hvønn dag tí í løtuni stendur tað sum føroyingar síggja á vøllinum als ikki í mát við tann pening sum verður brúktur til hondbólt og teir karmar sum hondbólturin annars hevur at virka undir. Trýr upp á liðið. Høvuðsvenjarin hjá Stjørnuni sigur at ein kann ikki spæla eina heila kapping við 7 spælarum. - Vit mugu í minsta lagið hava 10 spælarar sum eru á høgum støði, og tað mugu vit arbeiða fram ímóti, og eigur málið sjálvandi at vera tveir kvalitetsleikarar til hvørt pláss á liðnum. - Málið hjá mær er at hækka støðið og at fáa eitt lið sum hevur kapping á øllum plássum, og eg trúgvi eisini at vit fara at náa

Arbeiða sum eitt team - Vit vinna bert um vit hava eitt sterkt lið og tá hugsið eg um leikara, venjara og leiðslu. Vit skulu arbeiða tætt saman sum ein eind, soleiðis at øll fáa stuðul til tað arbeiði tey skulu fremja. - Til hetta krevst at vit læra hvønn annan betur at kenna og tí mugu vit vera meiri saman til venjing og í øðrum sambandi. - Uppgávan er ikki at uppfinna nakað nýtt, tí alt er væl kent av øllum, men hondbóltur er hart arbeiði og megna vit at arbeiða hart, so fara úrslitini eisini at gerast góð. Fyrsti dysturin Leygardagin kl. 16 verður fyrsti dyturin í ár, tá Kyndil kemur á vitjan í KÍ høllini. - Eg vóni at viðhaldsfólkið hjá Stjørnuni fer at síggja ein nýggjan anda har sterkt verjuspæl verður lykilin til sigrarnar á mótstøðuliðnum. - Vit arbeiða hart við verjuni og kanska fara áskoðararnir at síggja okkurt nýtt sum teir ikki hava sæð áður. - Eg eri sera væl nøgdur við tað sum leikarar hava lagt í venjingina og tí gleði eg meg til fyrsta dystin og vanti at vit fara at vinna. jwj


11

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Nú byrjar hondbólturin Leygardagin verður hol sett á eitt nýtt kappingarár, og leggur I. kvinnulið hjá Stjørnuni fyri við á heimavølli at taka ímóti Kyndli Nú summarítrótturin og serliga fótbóltskappingin líður móti endanum, tekur vetrarítrótturin við. Kappingin, sum norðingar gleða seg eina mest til, er hondbóltskappingin hjá I. deild kvinnum. Har hava okkara kvinnur rættiliga gjørt vart við seg seinnu árini. Næstseinasta kappingarár vunnu tær bæði steypakappingina og meistaraheitið, og seinasta kappingarár vunnu tær steypið, og fingu silvur í landskappngini. Nýggjur venjari Fyri at geva leikarunum nýggjan íblástur, gjørdi felagið fyrr í summar av at fara útum landoddarnar at leita eftir venjara. Gjøgnum jugoslaviska leikaran hjá felagnum seinastu tvey árini Katharinu Stjepanov kom felagið í samband við jugoslavisa venjaranr Lazar Kurdic, og avtalað bleiv gjørd við Lazar um, at hann skal verða venjari hjá felag-

num komandi kappingarár. Lazar er 48 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Høvuðsuppgávan hjá hon er at venja kvinnuliðshópin, men skal hann virka sum hjálpari hjá teimum, sum venja tey yngru liðini. Vánalig avgreiðsla tarna fyrireikingunum Sambært Stjørnuna so varð í góðari tíð søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til nýggja venjaran, og varð hann eisini settur í starv, soleiðis sum innlendismálaráðið hevur ásett, fyri at fáa eina skjóta og smidliga avgreiðslu av arbeiðs- og uppihaldsloyvi til ítróttarfólk. Men hóast tað, so gingu tað sambært Stjørnuna útvið tveir mánaðir, áðrenn endaligu loyvini vóru komin uppá pláss. Felagið brúkti nógva tíð og orku uppá at skunda undir avgreiðslu av málinum, og hóast bæði høgur sum lágur varð ryktur eftir svari, so hendi lítið og onki. Tað var ikki fyrrenn Stjørnan sjálv hevði sent fólk á dyrnar í danska "udlændingestyrelsen", at funnið varð útav, hvar knúturin lág, og so gekk tað skjótt at fáa málið avgreitt. Í Stjørnuni eru tey sera skuffaði yvir handfaringina av máli-

num. Seinkanin hevði við sær, at venjarin kom ein heilan mánað seinni enn ætlað, og hevur tað gjørt, at fyrireikingarnar til kappingarbyrjan ikki hava verið optimálar. Rokna við javnari og spennandi kapping Hóast fyrireikingarnar kundu verið betur, so

hevur Stjørnan góðar vónir til komandi kappingarár. Manningin er á leið tann sama sum seinasta ár, tó eru Annika og Fríða farnar til Neistan, og tað eru tey í Stjørnuni sera hørm um. Roknað verður við einari meira spennandi og javnari kapping enn seinasta ár. Kyndil, VÍF og serliga

Neistin hava styrkt um leikarahópin í mun til seinasta kappingarár. Stjørnan hevur ikki fingið tilgongd av nýggjum leikara, men vónirnar verða settar til ungu leikaranar í felagnum, sum stóðu seg væl seinasta kappingár, og nú eisini eru blivnir tað eldri.

Umráðandi at fáa góða byrjan Tað er umráðandi at fáa góða byrjan uppá eitt nýtt kappingarár, og vónar Stjørnan at viðhaldsfólkini møta mannsterk í KÍhøllini leygardagin at geva leikarum og venjara dyggan stuðul. Dysturin byrjar kl. 16:00.

Timburhandilin vann Leygardagin skipaði Mjølnir fyri flogbóltskapping ímillum vinnuvirkir. Eini 14 arbeiðispláss høvdu teknað seg til kappingina. Kappingin byrjaði longu kl. 10 um morgunin og vinnararnir vóru ikki funnir fyrr enn uml. kl. 17. Tað var Klaksvíkar Timburhandil, ið eftir lokna kapping streyk

avstað við heiðursmerkjunum úr gulli og harumframt steypi. Nr. 2 gjørdist Norðhús og nr. 3 Klaksvíkar Kommuna. Vit á Norðlýsinum, saman við reklamuvirkinum Grafia, høvdu eisini meldað lið til og kunnu reypa okkum av, at vit vunnu so tvey sett hóast vit ikki komu upp á tal til heiðursmerki. Vit høvdu tó ein sera stuttligan leygardag!


12

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005


NR. 35 FRรGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Les meira um fyrilesturin hjรก Lassa Gustavson รก www.nordlysid.fo

13


14

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Marius svarar Bergi Í svarinum sigur formaðurin fyri Norðoya Bjargingarfelag at felagið higartil í ár hevur verið úti til fýra uppgávur. Spurningarnir ljoða tí m. a. soleiðis: 1. Hvussu nogvir tilburðir í Norðoyaøkinum seinastu fimm árðini prógva at tørvur er á einum lokalum bjargingarbáti? 2. Hvussu mong av hesum tiltøkum, kundi Vaktar og

Bjargingartænastan og lokalir og staðkendir útiróðramenn ikki haft loyst? 3. Hvussu er Ziska og manningin á honum samskipað við V&B og Sjóbjargingarstøðina um á

stendur? 4. Hvussu sær manningarlistin á Ziska út, og hevur manningin førleika og tilbúgvingarstøði, ið er nýtiligt í øllum veðri og alt samdøgni alt árið?

Takk fyri fyrispurningin Bergur. Svar her: 1. Ikki allir tilburir eru skrásettir, men higartil í ár hevur felagið verði 4 ferð-

ir úti til ymiskar uppgávur. 2. V&B kundi uttan iva loyst allar uppgávur, bara ikki inninfyri somu tíðsrammir. Sama kundu staðkendir og lokalir menn

gjørt. 3. Ziska er skrásettur hjá MRCC sum tøkt amboð. 4. Manning er tøk við útkalliskipan. Norðoya Bjargingarfelag hevur eisini limir ið hava royndir í bjargin við skjótt siglandi bjargingarbáti. Sum eg siti og svari, so ivist eg um fyrispurningurin kemur frá Bergur Jacobsen´s dansiorkestur ella Bergur Jacobsen presti ? Marius M.

Tilfeingisgjøld Nú so nógv verður tosað um at fiskurin í havinum er ogn Føroya Fólks. At tað líkist ongum sum landskassin slongir um seg við loyvum til Per og Pól, vinir og kenningar. Tilfeingi sum landi brúkar nógvar pengar uppá at samráða seg til o.s.fr. Er ikki neyðugt her at steðga á og hugsað eitt lítið sindur, um hví ið landi hevur tann frammíhjárætt

yvirhøvur at hava nakað samráðast við eitt nú norðmenn og russar um. Uttan at kenna søguna nóg væl, so rokni eg við, at eigarnir av Vesturvón, tá fyrst í 70unum vóru illa á holdi komnir fíggjarliga. Hetta av sínum knossi og baksi sum tað er, og áltíð hevur verið, at hava við skip at gera. Tað varð nokk tí at kommunan har vesturi kom uppí virksemi teirra tá.

Tað varð um sama mundi at Stellurnar vóru seldar av landinum, neyvan tí at hetta varð nakað gullnám. Magnus Heinason kom og fór. Nónhamar kom og fór. Í tíðini tá eg arbeiddi hjá Kjølbro, plagdi Thulesen at tosað um, hvussu tað líka so væl kundi verið at kjølbrobátarnir (Skálaberg, Sundaberg og Sjúrðaraberg/Enniberg) vóru umbygdir ella bygdir

sum rækjuskip, tí at hetta varð tað sum loysti seg best tá. Eftir hesum omanfyri at døma, eru tað bert tvær avgerðir fyrst í 70unum sum eru orðsøk til at vit hava nøkur rættindi í Barentshavinum í dag. Avgerðin hjá monnunum aftanfyri Vesturvón, saman við kummununi har vesturi, um at halda fram uppi í Barentshavinum. Og so

avgerðin í nevndini í Kjølbro um at halda fram við toskafiskiskapi, heldur enn at leggja um til rækjur. Tað eru hesi reiðaríðini, saman við tí hjá Ennibergi, sum við treiskni og áhaldni hava vunnu og røkt okkum teyð rættindi sum vit eiga í Barentshavinum. Fyri tær útreiðslur sum landskassin hevur havt av viðlíkahaldi av hesum tilfeingið, er goldið fyri í ríkiligt mát ígjøg-

num skattir og avgjøld frá hesum feløgum. Frímund Hansen

Teir vinna tjúkt í Havn við sølu Tá ið talan er um sølu og keyp innan fiskivinnuna, er høvuðsstaðarpressan á gosi, eisini høgrapressan við Dimmu á odda, men

sjálv vinnur pressan í Havnini tjúkt uttan at rætta hond frá síðu. Tað er ikki sárt ótespuligur lesnaður, tá høvuðssta-

ðarpressan leggur trýst á okkara fiskivinnu um tilfeingissølu. Øll vita vit at tað hevur verið bingovinningur at átt

trøð ella bygningar í Havn, sum ein hevur kunna selt við stórum vinningi fyri eyga. Dimma er onki undantak í so máta, og tá

verður ikki tosað um at landskassin eigur sín part, ella Havnar kommuna. Nei, menn í Havn vór framskygnir og ognaðu sær tað sum

seinni gav pening eftir at tað almenna hevði skapt umstøðurnar.

Var kappingarnevndin innhabil?? Tað er ein spurningur, sum kann stillast í málinum viðvíkandi dystinum á Tvøroyri. Vit liva í einum lítlum samfelag og tí eru reglur um innhabilitet ofta truplar at umsita, men hinvegin eru tær neyðugar. Viðvíkjandi dømingini í fremstu føroysku deildini, Formuladeildin, hava ofta trupuleikar verið við dystum í Gundadali har tað

fleiri ferðir er komið fyri at B36 dómari dømir heimadyst hjá HB og umvent. At ein havnamaður dømir dystir hjá havnafeløgum hevur tí skapt óneyðugar øsingar og tí kann ein vóna at hetta ikki kemur fyri í framtíðini. Menn eru heldur ikki samdir um hetta er rætt ella skeivt. Men undirritaði heldur so at hendan øsing er

óneyðug. Men skipanin við dómaraeygleiðarum hevur ikki virkað optimalt síðani hon var sett í verk og her kemur tað meiri enn so fyri at dómaraeygleiðarin kemur frá einum av feløgunum, sum spælir dyst ið hann er settur at eygleiða. Hetta hendi á Tvøroyri, har ein B36ari var dómaraeygleiðari til dystin millum TB og B36. Eg skiljið væl

at suðuroyingar ikki eru nøgdur við hetta og tá dysturin eisini útviklaði seg til ein rokdyst so er greitt at tvørámann kenna á sær at eygleiðingin av leikluti dómarans verður alt annað enn objektiv. Familja Harafturat kann handfaringin hjá Kappingarnevndin av málinum eisi-

ni skapa øsing. Magni Mohr, sum er fysiskur venjari hjá B36 og sum byrjaði bardagan við at sparka bóltin burtur frá TB liðskiparanum, tá hesin skuldi taka bóltin, er sonur syskinnabarn formannsins í kappingarnevndini, Bjarki Mohr. Kappingarnevndin avgjørdi at syskinnabarn formannin skuldi hava minstu

revsingina, hóast hesin framdi provokatiónina, sum var upphavið til at TB liðskiparin, sum hevði tuska aftur og fram á vøllinum í 90 minuttir, misti høvdi. Omanfyri nevndu øsingarevni kunnu umgangast við eitt sindur meira tilvitaðari atferð. John William Joensen


NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Vakrasta urtagarður

Tað eru nógv fólk, sum leggja eitt miðvíst og drúgvt atbeiði í teirra urtagarð - Hetta er gott fyri sál og sinnið, og ikki minst fyri likamið. Tað verður gjørt nógv við býarfríðkan frá býráðsins síðu. Á hvørjum ári verða m.a. latin trøð til borgarnar at seta í urtagarðin. Áhugin fyri hesum er sera stórur og tað legst til við vøkrum urtagørðum. Tí helt Mentanarnevndin, at rætt var at skipaði fyri, at taka uppaftur tiltakið "vakrasti urtagarður". Ein bólkur við Gunvá við Keldu, Karl Hera Joensen og Hans Hjalta Skaale varð settur at peika út varkasta urtagarð. Tað hevur ikki verið heilt lætt at finna vakrasta urtagarð, tí so nógvir vakrir garðar eru at velja í - og ymiskt er jú, hvussu eygað sær. Tó eru tey komin til tað niðurstøðu, at millum tríggjar teir vakrastu urtagarðar í Klaksvík eru garðarnir hjá: Elsebeth og Niels Pauli Danielsen á Brekku 5 Lillan og Jósvein á Hædd Nýggivegur 18 Einu og Kristian Eliasen, Gerðagøta 13. Samkoma var í býráðshøllini fríggjadagin: 15. september 2005, kl 16.00 har frammanfyri nevndu í somu røð fingu handað heiðursbræv. Á brævið var prentað: "urtagarður tygara er eitt prýði fyri Klaksvíkar kommunu". Tað var ein hugnalig, men ikki sørt hátíðarlig løta tá ið formaðurin í Mentanarnevndini, Gunvá við Keldu handaði heiðursbrøv, blómur og ein kekk til teir glaðu urtagarðseigarnar. Onkur teirra var rørdur og takksamur fyri, at tað verður givið teirra arbeiði gætur.

Jú, býráðið saman við borgarunum fegnast sanniliga um, at tað eru mangir fagrir urtagarðar sum prýða bý okkara. Reinur og fríður.. Gunvá við Keldu við Keldu, formaður í Mentanarnevndini segði nøkur orð á móttøkuni í býráðshøllini og segði hon millum annað. Trivnaðurin í býnum hevur nógv at siga. Vit nýta slogani "Reinur og fríður, Klaksvíkar býur". Tað er so umráðandi fyri okkara bý, at hava fólk sum tykkum, sum kunnu leggja eitt støði og sum við tykkara evnum og áhuga fríðka um býin. vit borgarar gerast eisini meiri tilvitaðir um tað vakra tá vit síggja dømi um hvussu tað kann síggja út. Víðari nevndi Gunvá: Tað var ikki ein so løtt uppgáva at velja út. Vit fóru runt í kommununi og tað vóru nógv fleiri vøkur hús og urtagarðar enn vit kanska høvdu gjørt okkum far um. Nógvir av urtagarðunum vóru eisini so nýggir, at teir ikki rættuliga enn vísa hvussu vakrir teir kunnu blíva, men kunnu vera uppløgd evni tey komandi árini.

15


16

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Oyramaður í tænastu í IRAK:

Sólskinsøgur úr IRAK Jóan Karl Høgnesen, er júst heim komin frá tænastu í IRAK har hann sum danskur yvirmaður var við til at seta gongd á verkætlarnir, ið skulu betra livikorini hjá irakum. Jóan Karl Høgnesen starvast sum leigari í situatiónsrúminum á flotastøðini hjá donsku marinuni í Frederikshavn. Í august í fjør fekk hann áheitan um at fara til IRAK, sum partur av eini serdeild hjá danska herinum. - Talið á donskum hermonnum í IRAK er 550 og er deildin skipað í hold sum eru hálvt ár í senn í IRAK. Tað fyrsta holdið, sum fór til IRAK, var lið nr. 1 og eg var so partur av liðið nr. 5. - Økið sum danska deildin hevur eftirlit við er á stødd við Sæðland. Har búgva umleið 2. mill. fólk og í høvuðsbýnum Basra búgva umleið ein millión. - Basra er havnabýur,

Ein av verkætlanunum sum Jóan Karl var við til í IRAK var at skaffa útgerð til at sprana insektgift á planturnar í hesari dadlu plantaguni. Plantagan hevði ikki framleitt í fleir ár orsakað av insektum, men nú er framleiðslan aftur ígongd. men undir krígnum, sum Saddam Hussain í 8 ár førdi móti Iran vóru nógv skip søkt í havalagnum. Tí kann havnin ikki brúkast til skipaferðslu. Arbeiði er tó byrja at fáa hesi vrakini beind av vegnum. Missónin Uppgávan hjá sameindu deildinum í IRAK er at stuðla Irakisku myndugleikunum við at veita trygd og at hjálpa til við uppbygging av landinum. - Tey sum sótu við valdinum undir Sadam Hussain,

Jóan Karl Høgnesen avmyndavur saman við arbeiðsmonnum í “Edens Have” sum liggur í Irak.


17

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

flýddu tá hann fall og førdi hetta við sær, at øll tann almenna umsitingin helt uppat at virka frá degi til dags. - Amerikanarar hava eisini viðgingið at teir ikki vóru fyrireikaðir til hendan partin. Tað hevur altíð verið kriminalitetur í IRAK, men vit hava ikki hoyrt so nógv til tað fyrr enn nú og í tómrúminum eftir Saddam fingu hesi næstan fríðar teymar. Einaræðisharri Saddam Hussain kann samanberast við Hitler og Stalin, ti tey sum stuðlaðu honum høvdu tað gott meðan restin av landinum var trælkað og livdu í fátakradømi. - Saddam Hussain hevur so at siga ongar íløgur gjørt í samfelagskervið meðan hann sat við valdinum. Hann hevur nýtt sítt vald at syrgja fyri sær og sínum soleiðis at hann kundi halda um maktina við jarn harðari hond, og tí er skilið ótespilgt í stórum pørtum av landinum. - Saddam er Sunni Muslimur og hóast teir eru í minniluta í landinum sótu Sunni Muslimarnir á allari maktini. - Ein av uppgávunum hjá okkum er at útbúgva irakis-

ku løgregluna og herðin og samstundis skipað bý og bygdarráð eftir demokratiskum reglum. -Ein uppgáva er at koyra vaktartúrar við irakisku løgrelguni og herinum. - Stutt kann mann siga at uppgávan hjá okkum er at stuðla irakisku stjørnini og at fáa skipaði viðurskifti í lag. Arbeiddi við uppbygging Jóan Karl greiður frá at serdeildin, sum hann var partur av kallaðis CIMIC, ið er stytting fyri sivilt og hernaðarligt samarbeiði, og telur deildin nýggju fólk. - Vit vóru so býtt í tríggjar bólkar, ið hvør hevði sína uppgávu í danska økinum. Okkara høvuðsuppgáva var at fáa vanligu samfelags viðurskiftini í rættlag soleiðis at livikorini hjá fólkinum gjørdust betri. - Tað tíðina eg var í IRAK vóru vit við til at seta umleið 100 ymiskar verkætlanir í gongd. Hetta vóru sera ymiskar verkætlanir, har kostnaðurin lá úr 20.000 krónum upp í móti góðum 3 milliónum krónum. - Verkætlanirnar vóru allar fíggjaðar av donsku verjuni og uttanríkisráð-

Lækni á eini heilsumiðstøð sum fekk útgerð frá danska herinum, Tey vóru sera fegin um hjálpina tí tørvurin er stórur allastaðir.

num. - Arbeitt var við sjúkrahúsum, heilsumiðstøðum, skúlum, vatnverkum, elverkum, vegum, brúgvum o.s.fr. Stórur tørvur - Irakum væntar so at siga alt. Taka vit El-kervið, so hava flestu støðini í landinum el í tríggjar tímar á rað og síðani var sløkt fyri streyminum í tríggjar tímar. - Men av tí at koruptiónin er so nógv útbreidd var tað ofta økir sum ikki fingu streym tá tey áttu tí at onkur operatørur hevði fingið nakrar fáar krónur til at lata streymin annan veg. - Irakar hava eins og vit tørv á elveiting til tey dagligu viðurskiftini, men framleiðslan av ravmagni í IRAK er einans 4.800 megawatt hóast tørvurin er í minstalagi 8.000 megawatt. - Tað er øllum greitt at her skulu stórar íløgur gerast og tí kemur tað at taka nógv ár til elveitingin er komin upp á nøktandi støði kring um í landinum.

Sjúkrahúsið í Abu Al Kasib, sum er nakað størri enn Klaksvíkar Sjúkrahús hevði misti streymin fleiri ferðir hvønn dag. Deildin sum Jóan Karl var partur av fekk uvælt ljósmotorin og harafturat bygdu teir eitt nýtt vaskarrí.

- Tað er syndarligt at síggja hvussu stórar ábøtur elkervið krevur. Tað er niðurslitið og má skiftast út. Soleiðis hevur skilið verið meðan Saddam Hussain og hansara fólk livdu í sús og dús. Trupuleiki at fáa reint vatn - Ein stórur trupuleiki er

at reint vatn er trupult at fáa hendur á. - Vatnverkini eru elligomul og niðurslitin. Har sum vit vóru pumpaðu teir vatn frá Shatt Al Arab, sum er ein siglingarrenna. - Irakar pumpa ikki vatn úr jørðini tí jørðin í Irak er salt og tí er vatnið sum kemur úr jørðini eisini salt. - Skitna vatnið frá Shatt

Al Arab, var so leitt í elligomlum vatnleiðingum út til fólki og hóast tað er eitt sindur filtrera so er tað ikki drekkandi og verður bert brúkt til at vaska við. - Summarhálvárið liggur hitin millum 45-55 hitastig og tí mugu fólk keypa vatn í fløskum ella ganga langa leið fyri at fáa hendur á reinum vatni.

Hesar kvinnurnar sum starvast á sjúkrahúsinum, vóru ovur fegnar um nýggja vaskirúmið, sum er sera snotiligt


18

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Ein partur av uppgávuni hjá danska herinum í Irak er at stuðla irakisku deildunum og løgregluni at avvápnað kriminell elementir og ymiskar bólkar. Á myndini omanfyri síggja vit Jóan Karl á eftirlitsferð har teir m.a. kanna verkætlanir.

leggja í arbeiðið tí teir eru óløntir, men av somu orsøk er uppmøtingin til fundirnar ikki altíð so góð. - Vit stuðla teimum í skrivliga arbeiðinum og skipað arbeiðið soleiðis at býráðini eru tey sum taka avgerðirnar. Hetta eru teir sera fegnir um, tí hetta gevur teimum møguleikan at arbeiða so frægt sum teir nú einaferð kunna. - Sum sagt so hava teir ikki traditiónir fyri býráðsarbeiði og tí kemur tað at taka ein tíð at fáa skipanina at virka. - Hóast vit til fundirnar vantaðu at vera kunnaðir av býráðslimum um ymiskar tørvir, so vísti tað seg at misálitið á myndugleikar er so niðurgrógvið í Irakiska fólkið at okkara leiklutur bleiv at virka sum millumlið. - Tvs. at fólk koma heldur til okkum við teirra trupuleikum enn at fara til myndugleikarnar og soleiðis bera vit boðini víðari til

Strong trygdartiltøk eru rundan um donsku deildina í IRAK. Á niðaru myndini er ein lastbilur punkteraður og meðan arbeitt verður við at skifta dekki, standa hermenn á vakt.

IRAK. Stýrið hjá Sadam Hussain hevur havt vanlukkuligar fylgir fyri irakiska fólkið og tað kemur at taka generatiónir at byggja landið uppaftur.

Lógir og vápn sum hald er lagt á.

Nógvir analfabetar Jóan Karl sigur at ein stórur trupuleiki í IRAK er at stórur partur av fólkinum ikki dugur at lesa og skriva. - Eini 40% av fólkinum í Irak eru analfabetar og tí tekur tað eisini drúgva tí at venja løgreglufólk og herðfólk. Tey mugu jú samstundis læra at lesa, og tí vanti eg eisini at tað verður leingi áðrenn teir verða sjálvbjargnir. Men tó henda framstig hvønn dag. - Trupuleikarnir í IRAK hava gjørt at landið er so langt aftanfyri onnur lond at tað kemur at taka nógv ár bara at hækka livistøðið hjá fólkinum eitt sindur.

Saddam koyrt landið á húsagang Jóan Karl, sigur at tað er hugstoytt at hugsa um trupuleikarnar hjá IRAK tí landið átti at verið millum heimsins ríkastu lond. - Teir hava stórt oljuríkidømi men av tí at teir hava havt eitt vanlukkuligt stýrið hevur eingin framburður verið í landinum. - Í 1980 fór Sadam Hussain í kríggj móti IRAN. Kríggið helt á í 8 ár og eftir sat Irakiska fólkið við eini skuld upp á 4000 milliardir krónir sum Sadam hevði brúkt til at keypa vápn! Kríggið kostaði óteljandi fólkum lívið og síðani gjørdi hann innrás í Kuwait. Hetta endaði við at ST setti tiltøk í verk móti

Stuðlað býráðum Jóan Karl Høgnsen greiður frá at ein av uppgávunum var at stuðla lokalu myndugleikunum tvs. býráðunum. - Irakisku býráðini eru ikki vald. Tey eru útpeikaði av fyribilsstjørnuni, men tá býráðsvalini hava verið fara tey at virka eftir meira demokratiskum reglum. - Býráðini eru mannaði við sheikum og høvdingum, men teir gleða seg til at vera valdir á demokratiskan hátt. - Felagsnevnarin er tó at teir skilja ikki demokratiski spælireglirnar tí teir hava ikki havt nakað demokratiskt forum. - Tað er stuttligt at síggja hvussu nógv býráðslimir

Jóan Karl hevði ikki beinleiðis hernarligar uppgávur í IRAK, men var tó ofta við sum stuðul. Um kvøldarnar kundu skotbardagar vera millum onkrar irakiskar bólkar og so var tað ein uppgáva hjá herðinum at fara inn at avvápnað. Á ovaru myndini hava teir skotið ljósrakettir upp fyri at fáa eygað á ófriðarkropparnar. Á niðaru myndini eru hermenn við at gera gummibát til reiðar at fara í aktión.

Tað kostar nógvar pengar at byggja upp. Her eru 300 løgreglubilar, sum eru gáva frá USA til Irakisku løgregluna.


19

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Vatnpumpa sum leverar vatn til eini 2000 fólk.

Jóan Karl inni hjá Sheik Halal, sum hevur ábyrgd av pumpustøðini. Irakar eru sera blíðir og teir seta stóra æru í at dekka teppi til við mati tá gestir eru . býráðini sum síðani taka avgerð um hvat skal gerast. - Tað sama ger seg galdandi við samskiftinum millum býráðini og hægru myndugleikararnir. Her virka vit sum boðberarar tí økismyndugleikararnir vita als ikki hvør tørvurin er í ymisku býunum. Tó er umráðandi at vit ganga ígjøgnum írakisku myndugleikararnar soleiðis at irakar byggja upp førleika og álit á sína egnu skipan. Ein annar trupuleiki er at býráðini ongar pengar hava, so hóast tey taka avgerðir og raðfesta so eru tað vit sum mugu inn at fíggja verkætlanirnar í nógvum førum. Tørvur á hjálp Jóan Karl sigur at Irak tørvar hjálp, men av tí at støðan er so hættislig er hjápararbeiðið nógv tarnað. - Reyðikrossur og aðrir privatir hjálparfelagsskapir virka ikki í IRAK tí teir meta støðuna vera ov

vandamikla. Hetta er tíl stóran ampa fyri hjálpar arbeiði og uppbyggingina, tí vóru hesir felagsskapir inni í myndini hevði alt gingið skjótari. - Tí er tað neyðugt hjá okkum framhaldandi at fíggja og menna verkætlanir fyri at umstøðurnar hjá irakiska fólkinum skal gerast betur. Hetta er eisini avgerandi fyri um tað skal eydnast at menna fólkaræði í Irak, tí um maðurin á gøtuni ikki hevur eina uppliving av at tingini betrast so endar alt í ruðuleika. Tætt samstarv

Av tí at vatnið sum kemur gjøgnum vatnleiðingar er so skitið mugu kvinurnar ganga kilometrar fyri at fáa fatur á reinum vatni. Hendan sjónin er vanlig í IRAK og hetta verur roknað sum kvinnuarbeiði.

við irakar Jóan Karl Høgnesen greiðir frá at í dagliga arbeiði sínum í Irak, hevði hann sera tætt samstarv við Irakar. - Vit vóru sera væl móttiknir allastastaðir har vit komu. - T.d. vóru vit á einum sjúkrahúsið í Abu Al Kasib, sum er naka størri enn Klaksvíkar Sjúkrahús, men tó alt ov lítið til tey 200.000 fólkini, sum búðu í økinum. - Hetta sjúkrahúsið tørvar alt. Teir lógu í streymloysi fleiri ferðir um dagin og hóast teir høvdu ein motor til streymframleiðslu so áttu teir ongar eykalutir og eingi amboð at umvæla motorin við. - Í okkara bólki var ein maskinmaður og hann umvældi motorin og útvegaði teimum eykalutir og amboð. - Ein stórur trupuleiki hjá sjúkrahúsinum var at tað hevði einki vaskarí og tí fíggjaðu vit eina verkætlan sum kostaði umleið 300.000 krónur. Hóast vit stóðu fyri verkætlanini so vóru tað irakar sjálvir sum gjørdu arbeiði. - Yvirlæknin á Sjúkrahúsinum og starvsfólkið fegnaðust stórliga um at hava fingið trygg streymviðurskifti og nýtt vaskarí. - Tá eg tosaði við yvirlæknan greiddi hann frá at hann sum ungur lækni ofta hugsaði um at fara uttanlanda at arbeiða og tjena pening. Men Sadam Hussain tók passini frá øllum læknum soleiðis at teir ikki kundu fara av landinum og lønin hann fekk undir Sadam var tveir dollarar um mánaðan. - Eftir at stýrið hjá Sadam Hussain var rikið frá valdi-

Skiti vatn frá siglingarrennuni Shatt Al Arab, verður leitt í elligomlum vatnleiðingum út til fólki. Eingi vatnreinsiverk eru og útgerðin er elligomul tí ongar íløgur eru gjørdar undir stýrinum hjá Saddam Hussain. num vóru umstøðurnar á sjúkrahúsinum batnaðar og hann fekk nú 300 dollarar um mánaðan. - Hann segði at nú kundi

hann frítt leita sær uttanlanda at arbeiða og tjena pening men hann hevði gjørt av at hann fór at brúka sína orku upp á at betra

umstøðurnar hjá irakiska fólkinum og tí kundi hann ikki flyta. - Tað var syndarligt at síggja at sjúkrahúsið hevði

Tá fremmandir hermenn eru á vitja royna irakar altíð at selja gamlar pengaseðlar frá tíðini hjá Saddam Hussain. Teir hava einki virði men hermenn plaga at keypa teir sum minni um tíðin í IRAK, og danska herkvinnan keypir nakrar frá hesum.


20

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Býráði í Abu Al Kasib. Býráðsformaður og ein býráðslimur (báðir eru sheikar) saman við Jóan Karl Høgnesen. stóran tørv á heilivági og greiddi hann okkum frá at tað er vanligt at fólk doyggja tí eingin heilivágur er tøkur. Fleiri verkætlanir - Vit arbeidddu eisini við verkætlanum har vit gjørdu vatnleiðingar. - Tær vatnleiðingar sum eru kunnu ikki brúkast til drekkivatn tí tær eru so niðurslitnar og vatnið er so skitið. Tí ganga konurnar (ikki mennirnir) upp til tríggjar kilometrar berandi dunkar og íløt fyri at fáa hendur á drekkivatni. - Tí er tað eitt munandi framstig at fáa eina vatnleiðing lagda inn í bygdirnar og hetta eru fólk sera fegin um. - Eisini arbeiddu vit við kloakk skipanum og skúlabyggingum. - Skúlaverkið er í sera ringum standi. Tað er vanligt at einki vatn ella toilett er á skúlunum og í eini skúlastovu eru upp til 80 næmingar til einans 30m2. Í Føroyum vilja vit ikki fara upp um 20 næmingar. - Skúlunum tørvað eisini alla vanliga útgerð og m.a.

Býráðshúsið í Abu Al Kasib

útvegaðu vit teimum kort og amboð til undirvísing. - Tað er merkisvert at læknar, lærarar og skúlastórjar í IRAK hava sera góða útbúgving. Stórsti parturin hevur hægri universitetsútbúgving men trupuleikin er at teir eru ein mangilvøra. - T.d. høvdu tolkarnir hjá okkum lisið á universitetinum í Basra og høvdu tí sera góða vitan. Nógv positiv framstig Jóan Karl Høgnesen sigur at hóast fjølmiðlarnir gera nógv burtur úr bumbum og terroratsøknum í IRAK so eru nógvar sólskinsøgur. - Tað hendur nógv positivt í IRAK men tað er stuttligar hjá fjølmiðlunum at tosað og skrivað um vanlukkur og bumbuspreingingar. - Amerikanarar gjørdu ein brølara, og tað hava teir sjálvir ásannað, at teir ikki mentu eina umsitingarliga skipan, sum beinan vegin kundi taka yvir tá stýrið hjá Saddam Hussain varð rikin frá valdinum. - Tá teir sameindu stóðu í

Býráðið í Al Faw. Býráðslimir eru útnevndir av fyribilsstjørnini, men teir gleddu seg til býráðsvalini tí tá fór býráði at hava mandat frá fólkinum at stjørna.

Starvsfólk á heilsuklinikk í Ad Dayr. Teir vóru sera glaðir fyri útgerð sum teir fingu frá danska herinum. Bagdad flýddu allir sum høvdu tænt undir Saddam og hetta gav eitt tómrúm sum tey krimunellu elementini duga at brúka. - Síðani hevur verið arbeitt við at uppbyggja nýggja umsiting, men tað er klárt at hetta arbeiði tekur tíð serliga tí at tey sum skulu arbeiða í umsitingini tørva royndir og útbúgving, og tí hava tey brúk fyri útlendskum stuðli.

Javnstøða millum kynini í IRAK?? Jóan Karl sigur at hetta var ein vanlig sjón. Mennirnir sótu inni í bilhúsinum og kvinnurnar á lastini.

Luttaka í álopum Ein av uppgávunum hjá danska herðinum í Irak er at tryggja friðin í økinum og Jón Karl sigur at í hesari uppgávuni eru teir stuðlar hjá Irakisku løgre-

gluni og herinum. - Tá vit ella irakisku myndugleikararnir fáa frænir av at okkurt er undir uppsigling samskipa vit atsøknirnar. Okkara partur í hesum er at vera samskipari og stuðul, tí tað eru fyrst og fremst Irakiska løgreglan og herurin sum stendur fyri atsøknunum. - Mín uppgáva umfataði ikki hetta arbeiði, men vit høvdu tó onkrar minni uppgávur í hesum sambandi sum tó einki beinleiðis høvdu við herðmálslig tiltøk at gera. Meira í komandi blað jwj


21

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

Punkteraðu linjurnar vísa økið sum danska deildin hevur eftirlit við. Økið er á stødd við Sæland.

Camp Danevang, sum er basin hjá danska herinum, liggur umleið hálvan tíma vestanfyri Basra.

Jóan Karl Høgnesen er júst heimkomin frá tænastu í IRAK

KÍ pinkur eru føroyameistarar Leygardagin vunnu pinkurnar hjá KÍ føroyameistaraheitið fyri triðja árið á rað. Kí var í flokki fyri seg í finaluumfarinum og vann allar dystirnar Tað hevur gingið strúkandi hjá teimum yngstu KÍ gentunum í ár. Pinkurnar hava spælt 22 dystir í hesum kappingarárinum, og tær hava ongan dyst tapt. 19 dystir eru vunnir og tríggir endaðir við javnleiki. KÍ hevur skorað nógv mál, og samanlagt er tað blivin til 102 mál, meðan bara 8 eru farin ígjøgnum. Tað gevur ein samlaðan málmun á +94 mál. Í innleiðandi kappingunum var KÍ í bólki saman við ÍF og GÍ, og hendan bólkin vann KÍ, hóast ÍF gav harða mótstøðu. Tveir av dystunum ímóti ÍF endaðu við javnleiki, men tá ið KÍ vann hinar báðar, so vóru tær væl frammanfyri ÍF hóast alt.

Í hálvfinalubólkinum ruddaði KÍ alla mótstøðu til viks. Fimm lið vóru í hesum bólki, men einki av teimum kundi gera nakað við KÍ, sum vann allar sínar 8 dystir. Fleiri ferðir var talan um stórsigrar, og bara í hálvfinalubólkinum var málmunurin +61 mál. Nógvir góðir spælarar á veg Í finalubólkinum spældu fýra tey bestu pinkuliðini ímóti hvørjum øðrum. Umframt KÍ vóru AB, ÍF og VB í finlauni, og tvey umfør vórðu spæld. FSF legði annað umfarið í Vági og hitt á Argjum, men hóast Kí skuldi spæla allar sínar dystir á útivølli, so vunnu tær hvørjaferð. Ferðin til Vágs var strævin, og har skuldu tær veruliga stríðast fyri úrslitunum. Men tað gekk, tí KÍ vann 2-0 á ÍF og AB, og síðani vann KÍ 2-1 á VB. Í seinna umfarinum, sum varð spælt á Argjum leygardagin, vóru líkindini einki serlig, men tað varð spælt kortini. KÍ legði harðliga fyri og vann fyrsta dystin 8-0 ímóti VB. Síðani

KÍ pinkur føroyameistarar 2005. Aftan frá vinstru: Ása Klein Olsen, Elinborg Olsen, Mina Sirdal, Maria K. Thomsen og Bára S. Klakstein, venjari. Framman frá vinstru: Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Lydia Marsten, Tina Joensen og Sigrun Sirdal gjørdist tað eisini til tryggar sigrar á ÍF og AB 4-1 ímóti ÍF og 3-1 ímóti AB. Hetta hevði við sær, at

pinkurnar vunnu føroyameistaraheitið triðja árið á rað, og tað er gott fyri gentu- og kvinnufótbóltin í

KÍ, at nógvir góðir spælarar eru á veg gjøgnum deildirnar. Eitt er at vinna dystir og FM, men tað týdningar-

mesta er at menna góðar fótbóltsspælarar, og tað ger KÍ í stórum stíli í løtuni.


22

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Tímalønt arbeiðsfólk til Mikladal og Trøllanes Klaksvíkar kommuna fer at seta ein tímaløntan persón til at taka sær av kommunalum arbeiðum í norðaru helvt av Kalsoynni, har arbeiðsøkið verður Mikladalur og Trøllanes, sum eru partur av Klaksvíkar Kommunu. Arbeiðið er sera fjølbroytt og fevnir um fyrifallandi arbeiði t.d.: - umvæling av skúla, - vegaumvæling og vegarøkt, - vatnveiting, kaðalgrevstur og gøtuljós - røkt av kirkjugørðum, - ruskmóttøkupláss - fríðkanararbeiði og - umvæling av viðarlund og øðrum arbeiðum. - Ætlanin er eisini, at viðkomandi, saman við øðrum bønarmanni, skal taka sær av grevstri v.m. í sambandi við jarðarferðir. Tann, ið settur verður, hevur tilvísing til arbeiðsformannin á vegadeildini hjá kommununi, men samstarv verður eisini við allar deildir undir Teknisku Umsiting. Roknast skal við, at arbeiðsøkið til tíðir fer at fevna um alla kommununa. Eisini skal roknast við møguligum bygnaðarbroytingum. Arbeiðsbilur og onnur neyðug amboð eru tøk til arbeiðið, og væntandi verður ávíst samstarv við Landsverk. Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur neyðugan førleika til at røkja arbeiðið, sum nevnt omanfyri. Yrkisútbúgving er ikki eitt krav, men arbeiðsfólkið skal helst hava royndir á økinum og vera hegnigur til handaligt arbeiði og vera fyrikomandi. Koyrikort krevst. Tímalønta starvið skal setast skjótast tilber, og lønin verður sambært avvarandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Andras Joensen vegformann á tlf. 21 73 88 ella Hans Fróða Hansen á Teknisku Umsiting á tlf. 41 00 00.

KUNNGERÐ UM KIRKJURÁÐSVAL Hervið verður kunnugt, at kirkuráðsval verður Klakksvíkar kirkjusókn týsdagin 8. november 2005. Valið fer fram í kirkjukjallarnum nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-20. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýrinum,

KUNNGERÐ UM KIRKJURÁÐSVAL Hervið verður kunnugt, at kirkuráðsval verður Klakksvíkar kirkjusókn týsdagin 8. november 2005. Valið fer fram í kirkjukjallarnum nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-20. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýrinum, Ólavi í Miffúni, í hendi í seinasta lagi 11. oktober kl. 19.00. Valevnini mega í mesta lagi vera 15, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskriva listan. Høvuðstreytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005, hevur valrætt. Skilað verður til, at veljast skulu 9 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrivliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, at tey eru skinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á sinni kann taka sæti í kirkjuráðnum.

UNDIR NEYSTUNUM Spønir fáast, vælegnaðar at leggja undir flogfenað og ross. Fáast við at avheinta. Tlf. 456462 ella 227472 Til sølu ein song v/boxmadrassu (feilkeyp) 140 cm breið og vanliga longd. Keypt fyri 3.700 kr og er til sølu fyri 1.700 kr. Tlf. 456544 Hundahvølpar Tveir fittir hundahvølpar verða lætnir djóravini. Tlf. 224967 Hús ynskjast til keyps Vit leitað eftir einum minni húsum til keyps. Tlf. 225535 Lítið brúkt boxmatras við boyla - betrekk og fýra púttir, til sølu fyri kr. 500,Tlf 265443 Skalt tú koyra gamla frystiboks burtur, sum tó framvegis kann brúkast og klárar 4-6 stampar, so ring tlf. 456760 - 210010

Íbúð til leigu Kjallaraíbúð á Skáltavegnum, 110 kvadratmetrar til leigu. Stova/køkur, tvey kømur, bað, wc, vaskirúm gongd og kjallararúm. Ring á tlf. 004541416684 Bilur til sølu Honda Civic, árg 2001, koyrt 50.000 km. Tlf. 456124 Tilboð ynskist Eg ynski tilboð uppá at steinseta uttan um húsini og at seta rottanga niður. Tlf. 455616 Klaksvíkar Dansifelag Limafundur verður í skálanum sunnudagin 25. sept. kl. 21.00. Á skránni: dansiverturin. Nevndin Borðsag Ein "Electra Beckum" borðsag, kann klúgva og vendast runt til kappisaging v.m. til sølu fyri kr. 4000,00 Tlf. 456072

Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta við hús á Garðsenda 21 10. og 11. oktober, báðar dagar frá kl. 18-20; annars á telefon nr. 45 63 40 ella 22 79 09. í Klakksvík hin 13. september 2005. Valstýrið fyri Klakksvíkar kirkjusókn Ólavur í Mittúni, form.

Umsóknir saman við viðkomandi upplýsingum, s.s. royndir, møgulig viðmæli v.m. verða at senda til: KLAKSVÍKAR KOMMUNA Postsmoga 2 700 Klaksvík Og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2005.

KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ tlf. 41 00 00 telefax 41 00 01

Hús í Klaksvík Um hóskandi boð fæst, verður sethúsaognin Vágsheygsgøta 4, 700 Klaksvík seld. Húsini eru í 3 hæddum íalt umleið 122 kvm. Miðhædd: Gongd, køkur, tvær stovur, kamar og goymsla. Loft: 3 kømur og baðiverilsi. Kjallari: Vaskirúm, gongd og kamar við serinngongd, goymsla við egnari inngongd. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 455430 ella 755430

Alt fyrifallandi gravi arbeiði verður gjørt við lítlari gravumaskinu Tlf. 21 36 00


23

NR. 35 FRÍGGJADAGIN 23. SEPTEMBER 2005

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

UNDIR NEYSTUNUM EFTIRLÝSING!!! Saknar nakar í Klaksvík ein kettling, er uml. 8/10 vikur, gamalur, hvítur undir búkinum og svartflekkutur oman eftir bakinum. Upptikin fyri uml. 3 vikum síðani á Vágsheygnum. Heldur nakar seg eiga hann, ringið so á tlf. 456486.

Til sølu Peugeot 307, koyrt 12.500 km. 2½ ár. Tlf. 216895

VØDDAMÝKING

MP Teknik Service v/Malvinus & Petur i Gong

Postboks 312 Bumshamarsvegur 7 700 Klaksvík

GOTT SMYRJUBREY ÚT AV HÚSINUM TELEFON 45 53 60

mpteknik@post. olivant.fo Fartelefon nr. 220089

LASTBILA KOYRING

Umvælingar av allari elektroniskari útgerð

Eg átaki mær alla fyrifallandi koyring.

HVÍTVØRUR RADIOÚTGERÐ SJÓNVARP VIDEO STEREO PARABOLIR OG MANGT ANNAÐ

v/ Anna Sivertsen Fysiurgisk massør/ sportmassør

GRAVING Eg átaki mær fyrifallandi graviarbeiði við maskinu og minidumpara. *Graving rundan um hús. *Fyri bilhúsi og úthúsum. *Veitir *og velting. Árni Magnusson TELEFON 22 44 91 og tlf. 45 79 91

Suni Eliasen

KLIPP OG SÓL

TELEFON 456497 MOBIL 222614

V/ Mariu Christiansen

Telefon 45 59 07

Málaraarbeiði Vit átaka okkum alt málaraarbeiði - bæði úti og inni.

MP Teknik Service Radio- og Hvítvøruverkstaður

585602

A. M. - MÁLING v/André Matras TAXA KOYRING AUTO tlf 590000

Telefon 224482

TELEFON 504629

Ring og fá eitt óbindandi tilboð!!!

Øll fyrifallandi LASTBILKOYRING við krána, grabba og vippu.

Bil og Buss upp til 10 ferðandi

Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn, Tlf. 322544 - Fax 310813 sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16,00-18,00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19,30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera.

v/krána, grabba og vippu

viðgerðir fyri t.d.:

ítróttarskaðar ryggtrupuleikar Stress o.a.

S I N N I S B AT I

Tøkur alt samdøgrið.

nordlysid.fo nordlysid.fo

NORÐOYA TANNARØKT Telefon 45 83 30

J. L. Lydersen T L F.

LÝSINGARTEKSTUR

2 2 5 5 9 0

LÝSINGARTREYTIR

SENT HEVUR Navn: Bústaður:

Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingar oman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100 kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum, er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar á kopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

Bygd/býur: Tlf.: Merkið brævbjálvan »Undir neystunum« Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

VINARLIGA SETIÐ MÆR HESA LÝSING Í BLAÐIÐ TVÆR FERÐIR

W

W

W

.

N

O

R

D

L

Y

S

I

D

.

F

O



Nordlysid nr 35 2005