Issuu on Google+

Høsnarungar, 1200 gr., 5 stk........100,00 Nakkasteikir, fyri kg.,..............34,95

Køkur & breyð keypir tú sjálvandi

www.nordlysid.fo NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

OPEN BY NIGHT

Jákup Mikkelsen borgarstjóri

Klaksvíkar handilsfelag Kósabúðin Fa. J. M. Jacobsen Eliesar Joensen Skósøla Bónus Blómuhandilin Flora Kl. Timburhandil Eilif Arge Leivur Ellingsgaard Heygabúðin Hjá Annu Snørisvirkið Alfa Bókahandil Photo Care John W. Thomsen Ka-Ki Í Garðinum Summardáin Stokkrósan Maskulin Barnaútgerð El-in Leikalund Norðoya Litbúð Telebúðin La Femme Tógvhandilin hjá Vimu Lunell Cheap Blitz Foto Image Elding Bambino Vøruhúsið í Klaksvík J.A.P. Búnin

Av tí at Steinbjørn O. Jacobsen í løtuni er burturstaddur hevur varaborgarstjórin tikið við leiðsluni í býráðnum. Tá vit vitjaðu hann mikudagin segði hann at hóast alivinnan í norðoyggjum nærum liggur lamin so hevur skattainntøkan hjá kommununi higartil í ár verið hægri enn í fjør. Jákup undraðist á at almennu loftmiðlarnir nærum ongan ans høvdu sýnt teimum 60 arbeiðsplássunum sum nú eru horvin hjá P/F Krivjing í Klaksvík.

OPEN BY NIGHT

TILBOÐ BUKSUR 1 par einans

198,-

TOPPAR stk. OG BLUSUR einans

149,-

Í kvøld hava handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag opið til kl. 23


2

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Shellstøðin

Nú er tíð at fríðka um havan!! Vit hava nógv nýtt og spennandi at gróðurseta. Eisini hava vit alskyns blómur og prýði innandura! Fríggjakvøldið er "Open by Night"

DUNNUR,

Vitjið inn á gólvið.

2400 gr.

Kr.

69,95

Summardáin Tlf. 456193


3

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Ein summarheilsan til teir ráðandi í Býráðnum Fríggjadagin á middegi, var ein lýsing í Útvarpinum til allar borgarar í Klaksvíkar Kommunu har heitt var á fólk um at møta upp við fótbóltsskýlið har býtast skuldu trøð út til hvørt húski í kommununi. eitt gott tiltak sum kommunan ger eingin ivi um tað og hugnaligt hjá tykkum, sum hava møguleika at síggja hesi trøðini vaksa, nú summarið er fyri framman. Men spurningurin er so, hví fáa bert nøkur henda møguleika, eru vit ikki øll líka fyri kommunulógini?? Tað hevur verið nógv frammi bæði í Útvarpi og í bløðunum har mínir grannar hava sagt og skrivað so skilagott um henda stóra trupulleika, sum vit her á Norðoyri dragast við, men enn hevur ongin úr býráðnum so frægt sum hirt at skriva eitt tað einasta orð um hvat ætlanin er at gera við trupuleikan hjá teimum borgarum, sum her úti búleikast. Steinbjørn O. Jacobsen stendur og lenar seg niður á stakittið úti í Grøv, sum

um hann sigur, hertil og ikki longur. Frá kirkjugarðinum úti í Grøv byrjar óskilið, tað kunnu øll ásanna sum ganga túr úteftir Oyravegnum, eg kann nevna nøkur dømi,. Gøtuljósini eru ongantíð sett upp víðari úteftir, hóast leiðingar vórðu gjørdir klárir, samstundis sum vegurin varð gjørdur, og tískil eru leiðningarnir slitnir, so alt má gravast upp av nýggjum. Víðari úteftir skarðhamri er so nógv órudd sum ongastaðni í landinum, og mitt ímillum gamlar rustaðar broytgravimskinur, dosarar, betongbilar, motorar, gearkassar, bilvrak og aðrar óbrúkiligar bildeilir liggja nakrir skúrðar, sum hýsa nøkrum hestum sum skíta har teir standa, við ongum frárensli. Eigararnir av hesum rossum hava ikki loyvi at hava teir á sínum egna øki í býnum, tí er henda loysnin vald, tað er líka saltfiskavirkið "Sammut", sum heldur sínar skildur á sínum øki, restin er tað

reina svans, forbarmi seg fyri tí reklamu teir á Sammut vera noyddir at standa modell til. Um so er, at ein útlendskur keypari skuldi komið framvið, og hugt eftir tí, sum teir framleiða til matnað rundan um alt hatta svansið á Skarðhamri. Koma vit longur út, so er eitt rulluportur, sum boðar frá, at seyðurin skal

ikki heim um hetta markið, men ganga í bygdini, sum hann vil, leysur og lata sítt skarn har honum lystir inn í garðarnar hjá teimum skattaborgarum, sum her búgva. At enda hesa yrking til býráðslimir sum kanska vakna og hugsa eitt sindur meira í framtíðini, um tað, sum er uttanfyri kirkjugarðin úti í Grøv.

Til gávuðs eitt træð fæst frá Klaksvíkar kommunu tó undantikið er Norðoyri har flýtur alt í runu, tit har inni í seyðahøgum standi, plantið øll somul tí har er eingin vandi, "eg gekk mær ein túr út á Oyrar ein dagin náttúran har úti, hon smílist so smæðin, vit eru gloymd - ja líka sum farin, her loypir hvør ær og brundur um garðin, um eg nú av álvara trø niður setið so hevur seyðurin tað beinanvegin etið plantið tit har inni okkum til minni eitt vakurt træ ímeðan vit siga MÆ ÆÆÆ Sigmar Høgnesen 725 Norðoyri

Shakin' Stevens selir stórt í Bretlandi Shakin' Stevens, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august, selir nógvar fløgur í Bretlandi í hesum døgum

Savnsfløgan hjá Shakin' Stevens, Collectable, hevur rættiliga havt vind í seglunum, síðani hon varð givin út í Bretlandi fyri nøkrum vikum síðani. Fløgan seldi longu fyrstu vikuna 100.000 eintøk, og útgávan hevur verið millum 10 tær best seljandi útgávurnar í Bretlandi

seinastu vikurnar. Á almenna sølulistanum The Official UK Top 75 Albums hevur Shakin' Stevens seinastu tríggjar vikurnar ligið nummar 10, 5 og 4. Eisini í Danmark hevur sølan av fløguni verið óføra góð, og í sambandi við eina konsert í Tivoli herfyri, har Shakin'

Stevens spældi fyri 20.000 fólkum, fekk hann eina sonevnda platinplátu handaða fyri at hava selt 40.000 eintøk av seinastu savnsfløguni hjá sær í Danmark. Shakin' Stevens spælir í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í august.


4

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

LEIÐARIN

Ruddingardagurin Fyri árum síðani plagdi okkara kommuna at skipa fyri almennum ruddingardegi ella døgum einafer um árið ella so. Tað var ein góður skikkur, tí ikki gjørdi hetta bert, at fólk ruddaðu kringumstøðurnar hjá einum sjálvum, men eisini fóru skúlaflokkar og onnur út á almenn øki og tóku upp, ja onkuntíð var eisini fjørðan tikin við og sogar byrgingin um Haraldssund bleiv eisini ruddað. Nógv bleiv eisini kjakast tá um ruddingardagarnar. Skuldu borgarar bert hava loyvi at rudda uttanum húsini ella skuldu bilarnir hjá kommununi ella IRF eisini taka tað, sum fólk ruddaðu úr kjallarum, ovastaloftum og úthúsum. Flestu hildu tá, at sjálvandi skuldi høvi vera at rudda út so nógv einum lysti, tí roknað varð við, at um so var at ruddingardagurin var fastur táttur á hvørjum ári, so blivu nøgdirnar ikki so ógvuliga stórar. Tað ráddi um at skipa fyri ruddingardegi á hvørjum ári, soleiðis at vit borgarar ikki høvdu høvi at savna so nógv saman, sum tilfellið var onkuntíð tá langt var ímillum at ruddingardagar vórðu skipaðir. Ført hevur eisini verið fram, at tað er óneyðugt við ruddingardøgum, tí IRF hevur opið úti á Bumshamri og har er lag á manni at sleppa av við órudd. Men vit eiga ikki at gloyma at ruddingardagurin ella dagarnir hava eisini eina mentala ávirkan á okkum. Verður skipað fyri føstum almennum ruddingardøgum einaferð árliga, so er hetta eisini við til at gera okkum sjálvi meira bevíst í dagligdegnum um at hugsa umhvørvisliga. Nógv er gjørt kring um í Klaksvíkar Kommunu av býargartnaranum og hansara fólki fyri at fríðka um og eisini hevur kommunan lagt seg eftir á rudda nógv sjálv og at halda gongubreytir og ikki minst at gera gongubreytir har fyrr ongar vóru. Men ídag sæst nógvastaðni kring um í býnum, at tað seinasta manglar. Alt ov nógv liggur og sløðist ymsastaðni og tað er einki at taka seg aftur í, at býurin var reinari tey árini býráðið skipaði fyri ruddingardegi. Okkara kommuna hevur lagt nógva orku í vøkur smærri og størri blómuanlegg kring um í býnum og tað er spell at hesi skulu skemmast av óruddi. Ruskmóttøkan hjá kommununi á Bumshamri hevur nú strangari reglur fyri móttøkuna av ruski og hetta hevur eisini havt við sær, at ein oftari sær burturkast frá húsarhaldum í fjørðuni og aðrastaðni. Ein ruddingardagur er stak hugnaligur, har vit øll, børn og vaksin taka hendur saman og gera okkara til at fríðka um og samstundis er ein slíkur dagur eisini ein aminning um, at tað er ikki rætt, at tveita pappír og annað út í náttúruna. "Reinur og fríður, Klaksvíkar býur" er nærum farið í gloymskuna, latið okkum taka sloganið til okkum aftur.

H C Andersen - dagur á bókasavninum Hósdagin 21. apríl var lítið hátíðarhaldi fyri 6. flokkunum í skúlunum í Klaksvík. Skúlabókavørðarnir skipaðu fyri. Børnini fingu handað eina bók við ævintýrum hjá H C Andersen, sum

danska mentamálaráðið letur øllum børnum í 6. flokki í Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Stutt frágreiðing var um høvundan, og eitt av ævin-

týrunum úr bókini, "Hvad fatter gør, er altid det rigtige" varð lisið upp.

Andersen, eins og prýtt er við klippum hansara á bókasavninum í ár.

Henda dagin stóð frammi (og stendur framhaldandi) fjølbroytt úrval av lesnaði um og eftir H C

Løtan endaði við onkrum leskiligum til børnini.

Bátafestivalurin 05 - Tíðindaskriv: Bátafelagið Tann fyrsti Bátafestivalurin, í Føroyum, veðrur leygardagin hin 7 mai á Toftum, har bátar frá øllum oyggjum seta hvør øðrum stevnu, bátarnir samlast vestanfyri Flesjarnar kl 14 00 , Bátur kemur frá Toftum bjóðar gestum vælkomnun fyri síðani, at sigla frammanfyri teir inn á Toftir, har væntandi verður komið kl 14:30. Har leggja bátarnir at landi, fáa billett til suppu. o.a og ávíst atløgupláss, og Hornorkestur spælur.

Eisini eru onnur tiltøk á skránni: Gogart - Hoppiborgir Á Svangaskarið, kl 1630 landskappingardystur 2 deild B68 HB Steypadystur í smb við festivalin. Bjargingarroynd. Í høllini hjá F.M.F verður søluframsýning av ymiskum til Bátar og Bátafólk. Onnur tiltøk vera eisini inni í høllini. Málningar vera sýndir fram,og seinni seldir á uppboðssølu Málningar,ið Borgar-

stjórar og løgtingsmenn í Eysturoy hava mála. Ein skemtitekning, ið Martin W Tórgarð (y) hevur teknað Pyslusøla Breyðsøla Konsert í Tjaldinum, við lokalum tónleikarum Bryggjudansur verður ca kl 23 30 Har" COUNTRYORKESTRI" úr Havn spælur góðan country tónleik,og eru hettar garvaðir country menn. Hettar er dagurin har flakavirkir, stovnar og fyritøkur gera útferð til Toftir, og kunna njóta,ein

dag saman, við øllum til bæði vaksin og børn. Fyri tey,ið ynskja sær ein betri bita, hava vit avtalu við CASA BLANCA tygum kunna eta TEX-MEX har, men Dansin hava vit á Bryggjuni. 7. mai er temaið “Wild West” við spennandi TEX-MEX mati. Undirhaldið taka Ragnar í Vík og Elsa Marita sær av, við Country tónleiki undir borðhaldinum 19:3023:30 Bílegg pláss á telefon 44 99 66.


5

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Sæbjørg vitjar Trygdarmiðstøðina

Í seinastu viku vitjaði íslendska venjingarskipið Sæbjørg flaggskrýtt á Klaksvík Sæbjørg er ein flótandi trygdarmiðstøð sum verður brúkt til venjingar á sjónum við serligum atliti til lógarkravt trygdarskeið fyri sjómenn. Vitjanin kom í lag við at trygdarmiðstøðin og Sæbjørg eru limir í einum altjóða felagskapi (IASST) og í hesum sambandi var avgjørt at fáa skipið til Føroyar at vitjað.

Sæbjørg Skipið er ein fyrrverandi ferga sum silgdi millum Akranes og Reykjavík. Eftir at undirsjóartunnilin varð tikin í nýtslu varð avgjørt at Sæbjørg skuldi seljast til Íslendsku bjargingarfeløgini fyri eina krónu. Við á Føroya ferðini vóru øll sum dagliga starvast umborð á skipinum umframt nevndin fyri Slyslavarna Felagið (Bjargingarfelagið) umleið 16 fólk. Skiparin, Hilmar Snorrasson, var eisini sera fegin um vitjanina í Klaksvík og var takksamur fyri at nevndin hevði tikið undir við vitjanini. Endamálið við vitjanini

var at menna samstarvið millum føroysku og íslendsku trygdarmiðstøðirnar. - Í samband við vitjanina vóru venjingar umborð við íslendskum- og føroyskum skeiðlærarum. Eftir at venjingarnar umborð vóru lidnar var farið niðan á Borðoyavík at venja. - Eisini vóru venjingar saman við Klaksvíkar Sløkkiliði har teir nýttu serligu roykkavara venjingarrúmini umborð á Sæbjørg. - Vit eru sera fegin um vitjanina og hevur hon givið okkum og teimum íblástur at halda fram við frálæruni sigur Marius Magnusson, leiðari á

Trygdarmiðstøðini sum at enda takkaði manningini og nevndini á Sæbjørg fyri vitjanina og góða samstarvið. Á móttøku umborð á Sæbjørg sunnudagin bjóðaði íslendska trygdarmiðstøðin til kalt borð við íslendskum viðskera. Har var m.a. seyðarhøvd, kópafitjur, lomvigaregg, turrur fiskur, havkallur o.a.


6

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Hvítusunnutilboð frá Hjørleif!!! HVÍTUSUNNUDØGURÐIN:

HVÍTUSUNNUBAKSTUR:

Høsnarungar, 1100 gr. 5 fyri . . . . . . . . . . .100,00

Egg, donsk, 10 í pk. . . . . . . . . . . . . . . . . . . .9,95

Dunnur, týskar, 2400 gr. . . . . . . . . . . . . . . .69,95

Sukur stoytt, 2 kg, 3 pk.

Tjógv, íslendsk, fyri kg. . . . . . . . . . . . . . . . .59,95

Hveiti, 2 kg. 2 pk.

Bógvar, íslendskir, fyri kg. . . . . . . . . . . . . . .34,95

Food Line Margarine, 500 gr. 2 pk. . . . . . . . 10,00

Nakkasteikir, uml. 2,7 kg. . . . . . . . . . . . . . .89,95

Food Line Plantumargarine, 400 gr. 2 pk. . .10,00

. . . . . . . . . . . . . . .25,00

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . .15,00

Oksafilé, fyri kg. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .49,95 Eplir, hollendsk/donsk, 5 kg. . . . . . . . . . . . .14,95

HVÍTUSUNNUVIÐSKERIN:

Eplir í gløsum, 680 gr. . . . . . . . . . . . . . . . . . .6,95

Samsø ostur, uml. 930 gr. . . . . . . . . . . . . . .49,95

Broccoli Blanding, 1000 gr. . . . . . . . . . . . . .14,95

Klovborg ostur, uml. 500 gr. . . . . . . . . . . . .29,95

Reyðkál, Gammeldaws, 2x900 gr. . . . . . . . 25,00

Skagasild, 600 gr. krydd/marinerað/karry . .19,95

Food Line Chips, 250 gr. 3 pk. . . . . . . . . . .25,00 Food Line Bernaise sós, 4 posar í, . . . . . . . .9,95

GÓÐBITI:

Ørnas Djús, 2 ltr. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .9,95

Roast Beef/rullusteik/rivjasteik, 3 pk.

Knorr Asparges suppa, 2 posar í, . . . . . . . .19,95

Gul linja salat italiensk/karry/makrel 3 pk. . .25,00

. . . . .35,00

Kjøt- og mjølbollar, 1000 gr. . . . . . . . . . . . .29,95 HVÍTUSUNNUREINGERÐ: HVÍTUSUNNUDESSERTIN:

Omo vaskipulvur, 1,8 kg. 4 pk. . . . . . . . . . 100,00

Karat kaffi, 500 gr. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .14,95

Effect skolievni, 1 ltr. . . . . . . . . . . . . . . . . . . .7,95

Quick Tebrøv, 160 í pk. . . . . . . . . . . . . . . . .19,95

Effect uppvask ½ ltr. 2 dk. . . . . . . . . . . . . . .10,00

Ísblóma, vanilliu ella nougat, 2 ltr. . . . . . . . .29,95

DKS hondsápa, 2x500 ml.

Fruktbkokk ferskin/cocktail/peru 3 bl. . . . . .30,00

Wcrullur 8 í pk., køksrull 4 í pk. 2 pk. . . . . .25,00

Fruktgreytar

Unique blæur, frítt val . . . . . . . . . . . . . . . . .99,00

svisku/abrikos/jarðber/súrepla, 4 pk. . . . . . .30,00

Hjá Hjørleif - Telefon 455076

. . . . . . . . . . . . .19,95


7

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Svimjing -Føroyameistarakappingin, FM 2005:

Kristian setti seg í respekt

Við at vinna gull í bæði 50m firvald og 50m frí í FM-kappingini seinasta vikuskiftið prógvaði Kristian Olsen, at hann er Føroya sterkasti svimjari á teimum stuttu teinunum, og hetta varð eisini staðfest av, at hann eftir kappingina varð valdur til ársins frí svimjara, stutt teina. Eftir at svimjarar í Havnar Svimjifelag seinastu árini kanska hava verið eitt vet framman fyri Kristian Olsen, hevur sterki klaksvíkingurin í ár víst - eftir harða og miðvísa

venjing undir leiðslu av Sørini Olsen - at hann Føroya sterkasti á stuttu teinunum. Hetta vístu úrslitini í FM-kappingini, sum var í svimjihøllini í Havn. Gullmerki í 50m firvald. Tað var longu í næstu finaluni hóskvøldið, at Kristian vann Ægi tað fyrsta gullið í FM-kappingini. Hetta var í 50m firvaldasvimjing, har Kristian um morgunin hevði svomið seg í finaluna.

Her var Kristian uppi ímóti sterkum svimjarum í HS, so sum Dia Jacobsen, og finalan gjørdist eisini jøvn og spennandi. Kristian svam teinin uppá 28,15 sek, Dia Jacobsen úr HS, bleiv nr 2 við 28.53, og Janus T. Olsen úr HS bleiv nr. 3 við 28,88. Sostatt vóru bert 73/100 hundraðpartar av einum sekundi frá nr 1 til nr 3. Ein ordans gysari, men gullmerkið fór til Klaksvíkar. Tillukku Kristian, sera flott klárað.

Silvur í 100m frí. Kristian Olsen, sum hevði bestu tíð frá innleiðandi í 100m frí, gjørdist akkutrát ov stuttur í tí finaluni. Kappingarneytin hjá Kristiani á hesum teininum var Andrass Thomsen úr HS, sum í vetur hevur gjørt nakað heilt serligt við svimjingina við at búgva og venja í einum svimjifelag í Íslandi. Hóast hetta var munurin sera lítil teirra millum, tó at Andrass vann. Kristian hevði 55,53 sek og Andrass hevði 55,27 sek., altso ein silvurmedalja til Kristian. So skuldi Kristian svimja 50m ryggsvimjing. Kristian legði alt í beinaveg, og tá menn vendu við 25m var Kristian nr.2-3, men tað vísti seg at vendingin hjá Kristiani ikki var tann allarbesta, og

sostatt misti hann eitt fitt petti eftir hetta. Kristian kom á mál sum nr. 5 við tíðini 30,89, men hann forbetraði sína egnu tíð uppá 13/100 so heilt galið var tað ikki. Eftir hetta svam Kristian 100m blandað. Her gjørdist Kristian nr. 3 við tíðini 1 min 5,76 sek. Gull í 50m frí. Eftir langa bíðitíð var komið til 50m frísvimjingina hjá Kristiani, sum tey í hópinum hjá Ægi høvdu glett seg til. Eftir innleiðandi kappingina lá Kristian á fyrstaplássi, minnið enn eitt hálv sekund framman fyri nr. 2. Kristian, sum hevur svomið teinin uppá 24,43 sekund, ætlaði sær her eftir gull-nálini sum er 24,07 sekund, og tí føroyska metinum, sum er

24,05 sekund. Hetta er sera torført at klára, og tað vísti seg eisini at ovmikið á hesum sinni. Kristian svam teinin uppá 24,75 sekund, sum er undir kravtíðini til oyggjaleikirnar men framvegis eitt fitt petti frá nálini og metinum. Spurningurin er hvat Kristian ger við hetta undir oyggjaleikunum í Hetlandi í summar, har hansara egni venjari, Sørin Olsen, sum nú eisini er hjálparvenjari hjá føroyska oyggjaleikalandsliðnum, verður við at stuðla honum. Spennandi verður. Hjartaliga tillukku og góða eydnu!

Svimjing - Føroyameistarakappingin, FM 2005:

Natalia tvey føroysk met Hendan FM-kappingin skuldi vísa seg at gerast heilt einastandandi fyri Nataliu Reinhardt, sum vann fleiri gullmerki, setti tvey føroysk met, vann sær pláss á oyggjaleikalandsliðnum í summar og varð vald vald sum ársins firvalda svimjari hjá kvinnum. Fyrsta kappingardagin var tað serliga 50m firvald fyri kvinnur, ið var spennandi. Í innleiðandi kappingini fyrrapartin var tað bert 1/100 av einum sekundi, ið skilti teir báðar bestu svimjararnar, Shailu millum Garðarnar úr TS og Nataliu Reinhardt úr Ægi, so lagt varð upp til eina rættiliga finalu.

Men tað vísti seg ikki at gerast ein so jøvn finala, sum væntað. Natalia gjørdi ikki mætari enn at vinna rættiliga sannførandi á Shailu, ið hevur verið besti firvaldasvimjari, sum Føroyar hava átt í fleiri ár! Tær báðar vístu seg at venda rættiliga samstundis á 25 metrum, men so tók Natalia dik á seg og vann við tíðini 30,90 sek., meðan Shaila hevði 31,44 sek., sum er ein lutfalsliga stórur munur upp á bert 50m. Ein góð byrjan hjá Ægi og ein frálík byrjan hjá Nataliu. Føroyskt met í 200m firvald. Í 200m firvaldasvimjing vísti tað seg skjótt at vera

ein spurningur um, hvussu langt frammanfyri Natalia fór at verða frammfyri nr 2. Í hesi kappingini setti Natalia nýtt Føroyskt met, tá hon í finaluni svar 200m firvald uppá 2 min 27,62 sek., og er hetta ein betring uppá hennara egna met við 2,05 sekundum!!! Eftir hetta skuldi Natalia svimja 50m frí, sum er ein teinur, ið Shaila millum Garðarnar í nógv ár hevur verið sitið á, og væntaði Natalia heldur ikki at gera nakað serligt við hana. Shaila bleiv nr 1 við 28,05 sek og setti nýtt føroyskt met við 1/100, mean Natalia bleiv nr 2 við 28,31 sekund, ein forbetring uppá 92/100.

Føroyskt met í 100m firvald. Eitt annað merkisvert úrslit hjá Nataliu Reinhardt var í 100m firvald, har Natalia í innleiðandi kappingini var 1,5 sekund frá kravtíðini

fyri at sleppa við til Oyggjaleikirnar, sum er 1.07,20, og bert 11/100 partar frá føroyska metinum. Natalia legði út sum eitt ódnarveður í finaluni og svam tann fyrsta 50m uppá 30,96 sek, bert 6/100

partar seinni enn hennara besta tíð í 50m, og svam so "heimaftur", t.v.s tann næsta 50m, uppá 35,69 sek. Hetta gav íalt 1 min. 06,65 sekund, sum er nýtt føroyskt met og undir Oyggjaleika kravtíðina.


8

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Skógvahandilin Pattino Nógv nýggj vøra heimkomin av skóm, taskum og beltum. VIT HAVA MERKINI : Til kvinnur Wonders Biviel Bumper LBDK Rudy og Harald Friis & Co. Spiral Katy Kiru Betty Blue Sawita Tamaris Orient Kleiwberg Ecco

Til harrar Ambre Tamaris Fun & Co Matini Que LBDK Ecco

Fríggjakvøldið er opið til kl 23

SKÓGVAHANDILIN

Nógv nýtt heimkomið til menn, kvinnur og børn Fríggjakvøldið hava vit opið til kl. 23


9

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

"Open by night" í Floru Vit hava fingið nógvar nýggjar og spennandi krukkur.

Prísir úr 45,Til Hvítusunnu eru nógv góð tilboð í handlinum!!! Fríggjakvøldið er opið til kl. 23.00.

BLÓMUHANDILIN FLORA TLF. 455115

Open By Night tilboð

Alt brúntcreme

- 20%

eisini hava vit hópin av parfymu


10

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

nordlysid.fo har kanst tú kjakast - eisini dulnevndur


11

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Sjónvarp

Vaskimaskina

Komfýrur

Fríggjakvøldið er opið til kl 23


12

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005


13

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

m:robe MR-100 MP3 spælari í flottu og lekrum sniði. - 5GB internan harddisk (kann goyma upp til 1200 sangir). - stýrdur við "fingertouch" - Upp til 12 tímars spæli tíð - Tónleikaformat: WMA, MP3 - Hi-Speed usb 2.0 portur Prísur einans

IMAGE "OPEN BY NIGHT" TILBOÐ!!! Buksur

99,- kr.

2 stk. t-shirt

1.949 kr.

Eisini hava vit fleiri digital myndatól!

Cowboyjakkar

99,- kr. 299,- kr.

Fríggjakvøldið er opið til kl. 23.00 Klaksvíksvegur * 700 Klaksvík * Telefon 457272

KA-KI Nógv nýtt heimkomin »Gleðiliga hvítusunnu«

Øll kollektiónin frá HALI-LINGERI við nógvum flottum BH í stórum og smáum støddum verður at síggja og at royna í Ka-Ki fríggjadagin og leygardagin. OPEN BY NIGHT OPIÐ TIL KL. 23


14

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði

Landsfelag Pensjónista ÁRSAÐALFUNDURIN hjá Landsfelagnum verður hildin á Hotel Hafnia, leygardagin tann 28. mai kl. 12.00. Fundarskrá sambart lógina. Byrjað verður við døgurða. Luttakarar skulu tekna seg hjá sínum lokalfelag áðrenn mikudagin tann 25. mai. NEVNDIN

Nú vári er í hondum hevur Matstovan hjá Elisabeth opið hvønn dag frá kl. 12 til kl. 21. Matstovan á Viðareiði bjóðar lunda, fisk, búffar, lambarygg og mangt annað. Tað er tó altíð ein fyrimunur at bíleggja borð framanundan tí hølini verða eisini leigaði út til størri og smærri veitslur. Sunnudag er døgurði frá

kl. 12 til kl. 15 og tá er serlig menu á skránni. Matstovan hjá Elisabeth hevur skeinkiloyvi og tí er góður møguleiki at fáa okkurt gott aftur við matinum. Elisabeth Nybo sigur við Norðlýsið at fólk bíleggja hølini í góðari tíð og tí er stongt fyri almenninginum tey kvøldini.

nordlysid.fo har kanst tú kjakast - eisini dulnevndur

TIL VÁRIÐ

BROYTTAR UPPLATINGARTÍÐIR frá og við 22. mai 2005, verða upplætingartíðirnar hesar: Sunnudag:

Kl. 08.00-10.00 og frá kl. 14.00-16.00 børn/vaksin.

Mánadag:

Stongt

Týsdag:

Kl. 15.00-17.00 børn/vaksin og frá kl. 17.00-20.00 vaksin.

Mikudag:

Kl. 06.45-0845 og frá kl. 15.00-17.00 børn/vaksin.

Hósdag:

Kl. 15.00-17.00 børn/vaksin og frá kl. 17.00-20.00 vaksin.

Fríggjadag: Kl. 15.00-17.00 børn/vaksin og frá kl. 17.00-20.00 vaksin. Leygardag: Kl. 09.00 pensionistar. kl. 10.00-14.00 børn vaksin. Kl. 14.00-17.00 vaksin. Børn undir 7 ár kunnu altíð koma inn saman við vaksnum. Børn í aldrinum 8-13 ár kunnu koma inn saman við vaksnum, um atgongugjald fyri vaksin verður goldið fyri hin vaksna. Sauna stongir soleiðis: Týsdag/hósdag/fríggjadag kl. 20:45 Mikudag/leygardag kl. 17:45

Vakstarmold 100 l Sphagnum 100 l Pottamold 20 l Sámold 50 l Dolomitkálk 20 kg - við kopar í Perlukálk 25 kg - granulerað Bark 25 kg - til breiða útyvir fyri ókrút NPK Alt i et 20 kg - tøð & kálk blandað Nitrophoska 20 kg Nitrophoska 10 kg Plenutøð 20 kg Kálksalpetur 10 kg Jernvitriol 4 kg - grønkar og drepur mosa Animix í sekkjum - Organisk tøð Høsnatøð 10 kg - Organisk tøð Rhododendrikumtøð 2 kg Grasfræ 1 kg - Robust Grasfræ 2,5 kg - Robust Havasteinar 25 kg - gráir til pynt Ókrútsdrepari til grasvøllir Round Up - Ókrútsdrepari, til tún o.a. Snigladrepari NPK til gras 25 kg MBM NPK til eplir MBM Seteplir: Folva 25 kg Oleva 25 kg Maris Piper 25 kg Sini 25 kg - finsk set Kemur seinni: Pottar o.a. Postboks 148 - FO 700 Klaksvík

Øll eiga at vera úti í seinasta lagið 15 minuttir yvir seinasta fulla tíma. KLAKSVÍKAR KOMMUNA SVIMJIHØLLIN

Faroe Islands Tlf. +298 45 51 61 - Fax +298 45 53 85


15

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Stór bilastevna í Klaksvík Dagarnir 28. og 29. mai skipar KÍ-Fyriskipan fyri stórari bilastevna í Klaksvíkar Ítróttarhøll. Sum vanligt er, so verður høllin á tremur við nýggjastu bilum og verða øll tey kendastu merkini umboðaði. Umframt bilarnir, so verður nógv annað knýtt at stevnuni og verður meira at frætta um tað í komandi viku.

Stevnan verður sum sagt leygardagin 28. og sunnudagin 29. mai og er

WWW.NORDLYSID.FO

hon opin frá kl. 14.00 til 21.00.

Tað ger mun KIOSK- OG GRILL VIÐ FÓTBNÓLTSVØLLIN TIL SØLU Um hóskandi boð fæst, verður Kiosk- og Grillin hjá Sp/f á Høvdanum við fótbóltsvøllin seld. Byggi ár: 1999 Stødd: 7,5 m x (,5 m í tveimum hæddum ella 127,5 kvm. Niðara hædd: Kiosk - Grill við øllum tilhoyri wc, gong og fýrrúm. Ovara hædd: Skrivstova, innrættað rúm og wc. Kostnaður: Kr. 1.000.000,- ella hægsta boð yvir. Yvirtøkudagur: Eftir 1. sept. ella eftir avtalu. Nærri fæst at vita hjá Símun á Høvdanum, tel 004521735658

SP/F Á HØVDANUM 700 Klaksvík

Vit í Amnesty Ungdómsbólkinum í Hoydølum fegnast um, at avrættingin á 23 ára gomlu Aminu Ali Abduladif úr Yemen, sum skuldi vera mánadagin 2. mai, er útsett. Amina Ali Abduladif varð í 1998 dømd til deyða fyri at hava dripið mann sín. Tá var hon bert 16 ára gomul, og sambært Yemeni Penal Code lógini er ikki loyvt at nýta deyðarevsing mótvegis fólki undir 18 ár. Í fyrstu syftu varð hon útsett fyri torturi, og var hetta ein ætlan at fáa hana at játta seg sekan. Hetta eydnaðist eisini, men síðani tey góvust at torturera hana, hevur hon noktað seg seka. Avrættingin er eina ferð áður útsett, tá tað vísti seg,

at Amina var við barn. Sambært sakføraranum hjá Aminu varð hon neyðtikin av einum vaktarmanni á al-Mahaweet fongslinum. Tá Amnesty frætti um Aminu og støðu hennara, varð ein stór mótmælisherferð sett í gongd kring allan heimin, og forsetin í Yemen fekk túsundtals av brøvum, teldupostum, faxum og sms´um. Millum annað fekk hann 25 fax frá fólki, sum vóru til staðar og skrivaðu undir hesi mótmælisbrøv, tá ið Amnesty Ungdómsbólkurin skipaði fyri einum Amnesty cafékvøldi í Studentaskúlanum fríggjakvøldið 29. apríl. Enn er óvist, hvør lagnan hjá Aminu verður;

Amnesty veit enn ikki at siga, um dómur hennara verður broyttur, ella um hon skal gjøgnum nýggja rættargongd. Men Amnesty fylgir við í málinum, og vit vóna tað besta fyri Aminu. Vit vilja at enda nýta høvið at takka teimum, ið skrivaðu undir, og ein serlig tøkk til Margrethu Nónklett, samskipara hjá Amnesty Føroya Deild, ið hevur lagt okkum lag á. Ein undirskrift kann tykjast lítisvert, men eru tær fleiri í tali, kunnu tær gera stóran mun. Tað hava vit sannað. Amnesty Ungdómsbólkurin í Hoydølum


16

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Listaframsýning í Leikalund Í mai mánað, fer Vígdis Sigmundsdóttir, av Stykkinum, at hava listaframsýning í Leikalund. Vígdis er fødd í 1934 og er dóttir navnframa listamálaran Sigmund Petersen, sála. Hon er upprunaliga útbúgvin sjúkrasystir og innandurarkitektur, men hevur tey seinastu árini arbeitt við list burturav. Hon hevur altíð teknað og málað nógv, men nú fæst

hon mest við pappírsklipp, og tað er pappírsklipp, hon borðreiðir við í Leikalund. Hon hevur sín egna arbeiðshátt og fær nógva inspiratión frá tí føroysku náttúruni, sum hon býr mitt í. Henni dámar øðiliga væl tað skiftandi veðrið og ljósið, og allarbest tá sólin gevur henni skuggar at arbeiða við. Av listaframsýningum uttanlands, kunnu nevnast, at hon hevur sýnt fram í Verksted Galleriet í Adelgade í Randers, Hedehusene ved Roskilde, Helligåndshuset í Randers, Gallerie Sct.

Gertrud, Kulturhuset Førde og Hyllestad í Noreg. Í Føroyum hevur Vígdis sýnt fram list í Mentamálaráðnum, Smiðjuni í Lítluvík, Lion’s Club í Tórshavn og Eysturoy, Føroya Sparikassa, SMS umframt at hon hevur sýnt fram á Norðoyastevnu fleiri ferðir. Allan mai mánaða, fáa klaksvíkingar høvi at síggja verk, hjá Vígdis Sigmundsdóttir í Leikalund. Framsýningin er opin gerandisdagar millum 10.00-17.30, fríggjadag 10.00-19.00 og leyardag 10.00-14.00.

www.nordlysid.fo Diabetesfundur í Klaksvík Árið 2005 er av IDF ( Altjóða Diabetesfelagnum) sett til at geva fótarøkt og føtrunum serligan ans Diabetesfelag Føroya skipar fyri almennum fundi um diabetes og fótarøkt í Ósaskúlanum hóskvøldið 19. maj 2005 kl. 19

SKRÁIN: Hví geva fótarøkt serligan ans? Diabetesfelag Føroya hevur orði Hvør skaði kann standast av einum lítlum sári? Læknin hevur orði um sár og sárviðgerð Hví serligar skógvar til fólk við diabetes? Ortopediskur skómakari hevur orði um "diabetes-skógvar"

Í kaffisteðginum verður møguleiki at royna teir serligu Klaveness skógvarnar

DIABETESFELAG FØROYA

UNDIR NEYSTUNUM Íbúð ella kamar ynskist til leigu skjótast gjørligt. Tlf. 258680 Fittur hundahvølpur fæst við at avheinta hann. Mamman er pudil-hundur. Telefon 457485 ella 268336 Neystagrund við Borðoyarvík til sølu. Tlf. 455785

Kettlingur Ein tveir mánaðar gomul (hon) kettlingur verður latin djóravini, vegna alergi. Tlf. 580472 Íbúð Tvær ungar og friðarligar gentur søkja eftir íbúð frá 1. august 2005 í Klaksvík. Fara væl um og gjalda til tíðina, max 2.500,Ring á tlf. 212414 ella 216729 Komfýrur Brúktur Siemens komfýrir til sølu fyri 800 kr. Tlf. 255710 Uppvaskimaskina Brúkt Bosch 12 pers. uppvaskimaskina til sølu fyri 800 kr. Tlf. 255710 Playstation Playstation 1 við 4 spølum og boomerang, til sølu fyri 450 kr. Tlf. 255710 Alu-úthurðar til sølu 2 stk. brúktar, men snøggar brún-elokseraðar alu-úthúrðar við rúti í erva og fylling í neðra til sølu. BxH 76x198 cm., vinstrahongdar. Tlf. 217887

Vinnarar á lutaseðli til frama fyri nýggja Emmaus 1. 4301 2. 3399 3. 1696 4. 0303 5. 0432 6. 3375 7. 0299 8. 0823 9. 0599 10. 0420 11. 2633 12. 4145 13. 0236 14. 3664 15. 4009 Vinningarnir fáast við at venda sær til tlf. nr. 457124 Takk fyri stuðulin - Stýrið fyri Emmaus. Frá Ægir Aðalfundur felagsins verður í sangstovuni á Ziskatrøð týskvøldið 31. mai kl. 20.00. Møtið fjølment! nevndin Scootari Ein Yamaha scootari frá aug. 2002 til sølu. Nýprýsur 22.000,-. Prísuppskot 12.000,-. Tlf. 262310 ella 456739 Knallert ynskist Er tað nakar, sum hevur eina gamla Kreidlar Florett knallert, at selja mær? Vinarliga ring tlf. 332281. Solarium (Gerlo) við 28 rørum, sera sera bíliga til sølu. Tlf. 220086 Til sølu! Grá, 3 mans sofa v/chaiselong. Keypt nýggj fyri uml. ½ ári síðani, lítið og onki brúkt. Til sølu vegna flyting, einans 1800,- kr Ring og hoyr meira á tlf. 226737 ella 223907

Undirklæðir Super góðir og flottir BH til tað stóru bringuna frá HALI-LINGERI. * til ung og eldri * allar støddir * Hevur tú trupuleikar at finna rætta BH, so kom og royn hann í KA -KI * Komi eisini fegin heim til tykkum at sýna fram kollektiónina. Umboð: Kirsten Tróndheim Tlf. 220443 Til sølu! 2 sengur á 200x90x20 cm. keyptar nýggjar fyri uml. 1 ári síðani. til sølu vegna flyting. toppmadrassa og boylar/bein fylgja við. Einans 3000,kr. Ring og hoyr meira á tlf. 226737 ella 223907 Íbúð ella kamar, ynskist til leigu skjótast gjørligt. Tlf. 258680 Dekk 4 lítið brúkt summardekk 195x65x15 bíliga til sølu. Tlf. 456828 Til sølu Eitt køl/frystiskáp við tveimum hurðum til sølu fyri 1500 krónur. Tlf. 457959 ella 264772


17

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

UNDIR NEYSTUNUM KLAKSVÍKAR KLUBBI TELEFON 455681

FRÍGGJADAGIN Kl. 17.00 Fimmari Kl. 19.00 Sjavskapping

MP Teknik Service v/Malvinus & Petur i Gong

Postboks 312 Bumshamarsvegur 7 700 Klaksvík

ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.

GOTT SMYRJUBREY ÚT AV HÚSINUM TELEFON 45 53 60

LEYGARDAGIN Dartkapping Kl. 23.00 Dansur við Magna og Hans J.

mpteknik@post. olivant.fo Fartelefon nr. 220089

LASTBILA KOYRING

SUNNUDAGIN Opið frá kl. 17.00

Umvælingar av allari elektroniskari útgerð

Eg átaki mær alla fyrifallandi koyring.

HVÍTVØRUR RADIOÚTGERÐ SJÓNVARP VIDEO STEREO PARABOLIR OG MANGT ANNAÐ

Bil og Buss upp til 10 ferðandi

S I N N I S B AT I Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn, Tlf. 322544 - Fax 310813 sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16,00-18,00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19,30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera.

GRAVING Eg átaki mær fyrifallandi graviarbeiði við maskinu og minidumpara. *Graving rundan um hús. *Fyri bilhúsi og úthúsum. *Veitir *og velting.

v/krána, grabba og vippu

Suni Eliasen TELEFON 456497 MOBIL 222614

Árni Magnusson TELEFON 22 44 91 og tlf. 45 79 91

KLIPP OG SÓL V/ Mariu Christiansen

Telefon 45 59 07

Málaraarbeiði Vit átaka okkum alt málaraarbeiði - bæði úti og inni.

MP Teknik Service Radio- og Hvítvøruverkstaður

585602

A. M. - MÁLING v/André Matras Telefon 224482

TAXA KOYRING AUTO tlf 590000

Ring og fá eitt óbindandi tilboð!!!

VØDDAMÝKING viðgerðir fyri t.d.:

ítróttarskaðar ryggtrupuleikar Stress o.a. v/ Anna Sivertsen Fysiurgisk massør/ sportmassør

TELEFON 504629

Øll fyrifallandi LASTBILKOYRING við krána, grabba og vippu.

nordlysid.fo nordlysid.fo

LÝSINGARTEKSTUR

Tøkur alt samdøgrið.

NORÐOYA TANNARØKT Telefon 45 83 30

J. L. Lydersen T L F.

2 2 5 5 9 0

SENT HEVUR Navn: Bústaður: Bygd/býur: Tlf.: Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00

Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

LÝSINGARTREYTIR Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingar oman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100 kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum, er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar á kopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.

VINARLIGA SETIÐ MÆR HESA LÝSING Í BLAÐIÐ TVÆR FERÐIR


18

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

Svimjing - Føroyameistarakappingin, FM 2005:

Met, medaljur og oyggjaleikaluttøka Úrslitini hjá Ægi í vetur, sum endaðu við FM-kappingini seinasta vikuskiftið er ein væl uppiborin løn til nevnd, venjarar, hjálparfólk og svimjarar, sum eftir miðvíst arbeiði gjøgnum veturin eru byrjaði at heysta medaljur - og støðið er lagt fyri enn fleiri í komandi tíð. Vikuskiftið eftir UM 2005, varð sjálv føroyameistarakappingin, FM 2005, hildin í svimjihøllini í Havn, har Ægir var umboðað av Nataliu Reinhardt, Rúnu Joensen, Báru Joensen, Charlottu Venned, Kristiani Olsen og Bjarna M. Petersen. Við fleiri gullmerkjum gingu Natalia Reinhardt og Kristian Olsen á odda í stríðnum at vinna Ægi eitt

gott úrslit. Tey vunnu bæði sær pláss á føroyska landsliðnum, sum skal til Oyggjaleikirnar í Hetlandi í summar, og Natalia setti somuleiðis tvey føroysk met. Nærri verður greitt frá teirra avrikum aðrastaðni í blaðnum. Kappingin vardi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, har innleiðandi kappingarnar byrjaðu kl. 09:00 fyrrapartar, og finalurnar vóru nakað út á seinnapartin.

Bjarni gjørdist nr. 4 í 200m bringu við tíðini 3.15,14. Í 100m bringu kom hann á mál sum nr. 5 við tíðini 1 min 30,79, sum var eitt sindur lakari enn tíðin, hann svam til UM 2005. Bjarni svam 50m bringusvimjing í innleiðandi og forbetraði hann seg heili 6,73 sekund frá 46,67 til 39,90!! Samanlagt eitt hugaligt FM hjá hesum unga framtíðar svimjaranum.

Bjarni við í FM fyri fyrstu ferð. Hetta var fyrsta ferðin, at Bjarni M. Petersen luttók í FM, og sigast má, at hann kláraði seg heilt væl, tá ein hugsar um hansara unga aldur.

Rúna bronsu í 100m blandað. Í 100m blandað gjørdist Rúna nr 3 og vann sostatt bronsu við tíðini 1.18,96 bert 1/100 part framman fyri nr 4! Í onkrum øðrum kap-

pingum var úrslitið júst tað øvugta, við tað at Rúna gjørdist nr. 4, har hon hevði vónað at fingið heiðursmerki. Hetta hendi í 100m ryggsvimjing, har hon gjørdist nr. 4 við tíðini 1.19,02. Her var hon eitt sindur vónbrotin, tí hon hevði sett nøsina upp eftir einum 3 plássi, men tað rakk hon ikki hesa ferð. Charlotta, sum eisini svam hesa grein bleiv nr. 8 við tíðini 1.23.63. Í 50m rygg bleiv Rúna eisini nr 4 við tíðini 36,19 sekund, sum er 4/10 partar seinni enn hon hevur svomið fyrr. Charlotta bleiv nr 7 í somu grein við tíðini 37,97 sek. Systir Rúnu, Bára Joensen, var fyri líknandi lagnu í 50m bringusvim-

jing, har hon bleiv nr 6 við tíðini 0.40,36, bara eitt sekund frá triða plássinum. Sørin hjálparvenjari hjá oyggjaleikalandsliðnum. Efti lokna FM-kapping varð farið niðan í Hotel Føroyar til Gallaveitslu, har millum annað ársins svimjarar skuldu kjósast. Av teimum fingu okkara svimjarar hesi heiti: Kristian Olsen bleiv valdur sum ársins frí svimjari, stutt teina, og

Natalia Reinhardt varð vald sum ársins firvalda svimjari hjá kvinnum. Eisini høvuðsvenjarin hjá Ægir, Søren Olsen, fekk ein serligan heiður, tá hann varð biðin um at verða hjálparvenjari hjá Oyggjaleikalandsliðnum, sum skal til Hetlands í summar, og tók hann sjálvsagt av hesum heiðri.

Svimjing - Unglingameistarakappingin, UM 2005:

Triðjapláss í UM - Ægir er á veg fram Unglingameistarakappin gin í svimjing 2005, stytt UM 2005, var í Klaksvík 22. til 24. apríl, har Ægir gjørdist Ægir nr 3 tilsamans, sum er eitt sera gott úrslit, tá havt verður í huga at Ægir bert hevði 4 svimjarar við til hesa kapping, nevniliga Nataliu Reinhardt, Rúnu Joensen, Bjarna M. Petersen og Poul J. Færø. At talið av svimjarum í Ægi ikki er so stórt í teimum aldursbólkunum, sum høvdu aldur til UM í ár, kemst óiva av, at svimjihøllin fyri árum síðan varð afturlatin meginpartin av einum vetri í sambandi við høvuðsumvæ-

lingar. Men sigast má, at vend er komin í tann rætta vegin hjá Ægi, tí hóast hesi, ið umboðaðu Ægir í UM 2005, eru fá, so eru tey ikki minni kná, og harafturat eru teir yngru aldursbólkarnir, sum eru á veg upp, væl størri. Tí kunnu vit nú gleðiliga staðfesta, at Ægir er á veg fram. Strevið hevur lønað seg, tað hevur verið sjón fyri søgn hesa seinastu tíðina - eisini næst seinasta vikuskiftið, tá hetta liðið hjá Sørini Olsen høvuðsvenjara luttók í UM 2005, sum Svimjihøllin í Klaksvík var karmur um.

Natalia vann 16 gullmerki. Natalia Reinhardt vann heili 16 gull merki, og má tað sigast at verða eitt met. Natalia setti eisini eitt nýtt føroyskt met í 200m firvald. Hon svam hendan teinin uppá 2 min. 29,67 sekundir, og er hetta ein betran av tí gamla metinum, sum hon átti sjálv, við 34 hundraðpørtum av einum sekundi. Rúna kom á A-landsliðið. Rúna Joensen svam seg á A-landsliðið við at svimja 100m frí í 1 min. 6,24 sek. Kravið er, at ein klárar at svimja hendan teinin

upp á 1.06,65 og sostatt svam Rúna seg á A-landsliðið innan svimjing. Nú eru tríggir klaksvíkingar á A-landsliðnum: Kristian Olsen, Natalia Reinhardt og Rúna Joensen. Bjarni atgongd til FM og DÅM. Bjarni hevði eina framúr kapping í Klaksvík. Hann forbetraði seg ótrúliga nógv í frí greinunum, og gjørdi hann ikki minnið enn at klára at kravtíðina til Føroyameistarakappingi na (FM), sum er bronsunálin. Hetta gjørdi hann við at svimja 200m frí skjótari enn 2.36,51. Eisini vann Bjarni 200m

bringusvimjing. Hann kláraði eisini kravtíðina til Dansk Årgangs Mesterskab (DÅM), ið verður um ikki so langa tíð. Hetta gjørdi hann við at svimja 100m bringu uppá 1.30,39, ein forbetran av sína egnu tíð við meir enn 8 sekundum!!! Poul J. Færø stór framstig. Sum tann yngsti av svimjarunum hjá Ægi í UM í ár vóru møguleikarnir hjá Poul fyri medaljum ikki so stórir, men hetta forðaði honum tó ikki fyri at gera stór framstig í fleiri kappingum. Eitt nú svam Poul 50m rygg, og forbetraði

hann sína egnu tíð við meir enn 5 sekundum! Frá 54,35 sek til 48,22 sekund! Síðani var tað 100m frí, ið hann svam uppá 1 min 22,90 sekund, og er hetta ein forbetring uppá 6,10 sekund! Eftir hetta svam Poul 200m blandað, og var hetta fyrstu ferð hann svam hesa grein og hendan tein til kapping. Hann svam 200m blandað uppá 3 min. 38,35 sekund, sum gav honum eina bronsumedalju. Samanlagt er ein sera góð kapping hjá Ægi, sum samanlagt gjørdist nr. 3 í UM 2005. Tillukku við tí, Ægir.


19

NR. 19 FRÍGGJADAGIN 13. MAI 2005

OPEN BY NIGHT

Puma T-shirt 2 fyri....kr.

300,-

Spar upp til kr. 200,-

ESPRIT toppar

- 20%

Tær vælumtóktu skúlataskurnar eru nú aftur á goymslu!!! "Open by night" Fríggjakvøldið er opið til kl. 23.00.

BARNAÚTGERÐ CICONIA Tlf. 456530


Arbeiðsstøðan 11. mai 2005

2.336 m 3.097 m

nordlysid.fo Stevningsmaður Eitt starv sum stevningsmaður fyri Norðoyggjar er leyst at søkja frá 1. august 2005. Løn og setanarviðurskifti eru sambært kunngerð nr. 255 frá Justitsministeriet frá 11. apríl 2005. Umsóknir skulu vera Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 5. juni 2005. SORINSKRIVARIN Í FØROYUM, tann 6. maj 2005.


Nordlysid nr 19 2005