Issuu on Google+

BESTU VINIR 5

Eg eiti:

Lið mítt er: Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

1


2


BESTU VINIR 5 Setningur 1:

Bíblian, Orð Guds . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2

Setningur 2:

ALT fyri teg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6

Setningur 3:

Jesus doyði, men Hann livir . . . . . . . . . . . . . . 10

Setningur 4:

Jesus kemur aftur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14

Setningur 5:

Frelsuvissa . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18

Setningur 6:

Eitt lív, ein møguleiki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22

Setningur 7:

At geva . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26

Setningur 8:

Lýdni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30

Setningur 9:

Fyrigeving . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34

Setningur 10: Andaliga lívið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38

Copyright © Zarepta Útgevari: Zarepta, FO-385 Vatnsoyrar Útgivið fyrstu ferð í 2009 Tel. +298 332 140 / 333 140 Fax +298 333 141 Teldupostur: zarepta@olivant.fo Heimasíða: www.zarepta.fo Prent: Tonito

1


SETNINGUR

1

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

BÍBLIAN, ORÐ GUDS „Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.“ Jóhannes 1.1

Les: Seinna Timoteusbræv, kapitul 3, vers 14-17. Bíblian – eisini kallað Hin Heilaga Skriftin – er Guds Orð. Vit hava júst lisið, at øll skriftin er innblást av Gudi, t.v.s. at hvørt orð í Bíbliuni er satt, tí Gud hevur sjálvur blást lív í tað. Í Bíbliuni er allur matur, allar vita­ minir, ja stutt sagt alt, sum er neyðugt fyri, at gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

BÍBLIAN – EITT BÓKASAVN

Bíblian er ein stór bók, sum er sett saman av fleiri bókum. Hon kann býtast upp í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur, og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Ofta verður Gamla Testamenti rópt hin gamli sáttmálin, og Nýggja Testamenti verður rópt hin nýggi sáttmálin. Alt innihaldið í Gamla Testamenti er skrivað, áðrenn Jesus varð føddur, meðan allar bøkurnar í Nýggja Testamenti eru skrivaðar eftir Jesu føðing.

GAMLA TESTAMENTI

Gamla Testamenti byrjar við 5 Mósebókum. Í tí fyrstu lesa vit um skapanarsøguna til deyða Jósefs. Í hinum fýra er søga Ísraelsmanna, frá tí Móses verður føddur, og til hann

2


doyr. Bókin Josva er søgan um Josva, sum var leiðari Ísraels eftir Móses. Dómararnir er søgan um dómararnar, sum Gud vakti upp til at frelsa Ísrael úr hondum ránsmanna (Dóm. 2.16). So kemur bókin Rutt, sum er hugtakandi søgan um trúføstu kvinnuna Rutt. Tvær Sámuelsbøkur siga frá søguni um dómaran og prestin Eli og seinasta dómaran Sámuel. Vit hoyra um Saul, sum var fyrsti kongurin í Ísrael, og um veldiga kongin og gudsmannin Dávid. Tvær Kongabøkur og tvær Krønikubøkur siga okkum frá Dávidi og hinum vísa konginum Sálomo, ið bygdi templið. Tær siga okkum søgurnar um kongarnar í Ísrael og Juda, til fólkið varð flutt burtur í útlegd í Bábel. Bøkurnar Ezra og Nehemias siga frá heimkomuni úr Bábel. Bókin Ester er um jødisku kvinnuna Ester, sum gjørdist drotning hjá persarakonginum Ahasverus, ið ráddi yvir 127 londum. Job er bókin um tolna, ólastandi og rættsinta mannin Job, sum Satan fekk loyvi at freista, men ikki at drepa. At enda fall Job í freisting og bannaði degnum, tá ið hann varð føddur. Men Gud talaði við hann, og hann eyðmýkti seg fyri Gudi, og Gud signaði hann enn meir enn áður. Aftan á bókina um Job koma Sálmarnir, sum eru 150 í tali. Dávid hevur skrivað teir flestu. Orðtøkini, Prædikarin og Hásongurin eru bøkur, sum Sálomo kongur hevur skrivað. Esaias, Jeremias, Sorgarsongirnir, Ezekiel og Dániel koma aftan á Hásongin. Esaias, Jeremias, Ezekiel og Dániel verða nevndir teir stóru profetarnir. Síðani koma teir smáu profetarnir, sum eru 12 í tali: Hoseas, Jóel, Amos, Obadias, Jónas, Mika, Nahum, Habakkuk, Zefanias, Haggai, Zakarias og Malakias. Kendastur av hesum er óivað Jónas, sum hóast hann flýddi frá Gudi og endaði í búkinum á einum fiski, sum spýði hann á land, kortini fór til Nineve og prædikaði, so øll vendu við, og býurin varð bjargaður.

NÝGGJA TESTAMENTI

Nýggja Testamenti byrjar við 4 evangelium: Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Tey siga frá um Jesu lív, deyða og uppreisn, um Orð Hansara og gerningar. Tveir av evangelistunum, Matteus og Jóhannes, vóru lærisveinar Jesusar. Næsta bókin eitur Ápostlasøgan. Hana hevur Lukas, lækni og evangelistur, skrivað. Í henni eru frásagnir um ápostlarnar, serliga um Pætur og Paulus. Paulus hevur skrivað 13 brøv: Rómbrævið, Fyrra Korintbræv,

3


Seinna Korintbræv, Galatiabrævið, Efesusbrævið, Filippibrævið, Kolossebrævið, Fyrra Tessalonikabræv, Seinna Tessalonikabræv, Fyrra Timoteusbræv, Seinna Timoteusbræv, Titusbrævið og Filemonbrævið. Tey eru til samkomurnar í Róm, Korint, Galatia, Efesus, Filippi, Kolosse, Tessalonika og til vinir hansara Timoteus, Titus og Filemon. Eingin veit, hvør hevur skrivað Hebrearabrævið. Síðani koma Bræv Jákups, Fyrra bræv Pæturs, Seinna bræv Pæturs, Fyrsta bræv Jóhannesar, Annað bræv Jóhannesar, Triðja bræv Jóhannesar og Bræv Judasar. Hin síðsta bókin í Bíbliuni er Opinberingin, sum Jóhannes ápostul hevur skrivað. „Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær.“ Op. 1.3

BÍBLIAN ER MATUR OG DREKKA HJÁ BØRNUM GUDS

Tá ið vit eru komin til trúgv á Jesus, byrjar lív okkara saman við Honum. Gud vil, at vit skulu vaksa í trúnni. Fyri at kunna vaksa andaliga mega vit fáa føði – tað er neyðugt hjá okkum at eta. Likami okkara tørvar mat fyri at vaksa og trívast, og á sama hátt er tað við okkara innvortis menniskja. Okkara sál og anda tørvar mat fyri at búnast, vaksa og mennast. Orð Guds, Bíblian, er matur og drekka fyri sál og anda hjá Guds børnum. Tað er tí sera umráðandi, at vit lesa Orð Guds hvønn dag, at vit seta okkum fyri at eta ta føði, sum skal til fyri at vaksa andaliga.

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Bíblian er Orð Guds!

VERS AT GLEÐAST UM „Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.“ Matteus 24.35

4


SETNINGUR

Spurningar

1

Les setningin – Bíblian, Orð Guds – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvat er Bíblian?

 hon er ein vanlig bók  hon er ein gomul bók, sum ikki hóskar til nútíðina  hon er Guds heilaga Orð 2. Hvør hevur skrivað teir flestu Sálmarnar?

 Ester  Job  Dávid

3. Hvørjar bøkur siga frá um Jesu lív, deyða og uppreisn?

 Josva og Dómararnir  Ezra og Nehemias  Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes

4. Hvussu nógvar bøkur eru í Bíbliuni?

 66 bøkur  27 bøkur  39 bøkur

At hugsa um: • Hví kann eg líta á, at Bíblian er Orð Guds? • Hví er tað neyðugt fyri meg at kenna Orð Guds? • Hvussu ofta skal eg lesa í Bíbliuni?

5


SETNINGUR

2

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

   ALT F Y RI TEG „At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum.“ 1. Korintbræv 15.3

Les: Esaias, kapitul 53 og 1. Korintbræv, kapitul 15, vers 1-3.

JESUS KRISTUS

Esaias var profetur HARRANS – ein av teimum fýra, sum vit kalla: Teir stóru Profetarnir. Esaias livdi 700 ár áðrenn Jesu føðing. Ein profetur er ein, ið Gud talar við, og sum síð­ani sigur tað víðari við fólkið. Esaias profeteraði nógv um Messias (Jesus Kristus). Og vit, sum liva í dag, síggja, at nógv av teimum lyftum, sum Gud gav okkum gjøgnum Esaias, eru fullførd í Kristi Jesusi.

VANVIRDUR FYRI TÍNA SKULD

Hermenn landshøvdingans, sum tóku Jesus við sær inn í borgina, fullu á knæ fyri Honum, háðaðu Hann og søgdu (Matt. 27.29): „Heilur, Jødakongurin!“ Aftan á, at Jesus var hongdur upp á krossin, lesa vit (Matt. 27.39-40): „Og tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: „… Ert Tú Sonur Guds, so kom niður av krossinum!““ Eisini høvuðsprestarnir háðaðu Hann (Matt. 27.41-43). Teir søgdu: „Hann leit á Gud! Hann frelsi Hann nú, um Hann leggur nakað í Hann!“ Enntá ein av ránsmonnunum, sum hekk undir liðini á Honum, spottaði Hann og segði (Luk. 23.39): „Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!“

6


Soleiðis vanvirdi fólkið Jesus, júst sum Esaias hevði profeterað fyri so mongum árum framm­an­ undan (Es. 53.3): „Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.“ Tú hevur kanska onkuntíð verðið happaður í skúlanum ella av tínum egnu vinum, og tað kennist ikki væl. Jesus varð vanvirdur og háðaður, og Hansara egna fólk tók ikki ímóti Honum (Jóh. 1.11). Alt hetta fór Jesus ígøgnum fyri TEG, fyri at TÚ kundi verða frelstur.

HANN BAR SJÚKUR OG PÍNUR TÍNAR

„Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg.“ Es. 53.4 Vit vita væl, at tá ið vit eru sjúk, so hava vit ofta eisini pínu. Men hvat var tað fyri ein sjúka, ið Harrin bar fyri okkum? Synd verður ofta umtalað sum ein sjúka, og synd viðførir eisini ofta stóra pínu.   Syndin kom í heimin, tá ið Eva og Ádam ótu av tí trænum, sum Gud hevði sagt, tey ikki skuldu eta av. Tá mátti Gud reka tey út úr urtagarðinum Eden, tí Gud er heilagur og tolir tí ikki synd. Tað píndi Ádam og Evu, at henda sjúkan hevði fingið vald á teimum og fekk tey at gera móti Guds boðum.   Vit lesa, at Ádam og Eva krógvaðu seg fyri Gudi, tá ið tey hoyrdu Hann ganga í urtagarðinum aftan á hesa hending. Tá ið Gud HARRIN rópti á Ádam, segði Ádam, at hann ræddist, tí hann var nakin (1. Mós. 3.8-10). Ongantíð áður høvdu Ádam og Eva ræðst Gud. Nei, tey høvdu livað saman í gleði og friði í urtagarðinum.   Men síðani henda dagin hevur syndin verið í heiminum, og hon býr í øllum menniskjum. „Øll hava syndað,“ stendur í Rómbrævinum 3.23. Men tað var henda sjúkan (syndin) og pínur hennara, ið Harrin Jesus tók á Seg, tá ið Hann doyði á krossinum.

OG Í SÁRUM HANSARA ERT TÚ GRØDDUR

„Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.“ Es. 53.5

Hetta er eitt sera væl kent vers. Harrin Jesus varð særdur, soraður og straffaður fyri mína og tína skuld. Hann tók dómin og revsingina, sum vit høvdu uppiborið. Og tí ert tú, sum tekur ímóti frelsuverki Hansara, grøddur frá tí herviligu sjúkuni synd.

7


Gud hevði eina æviga fyriætlan, áðrenn heimurin varð grundaður (Ef. 1.4; 3.11), so Eva, Ádam og øll onnur menniskju kundu verða bjargað frá tí skilnaðinum, sum nú var komin millum Gud og menniskjað. Gud vitsti frá upphavi, at tað var bert ein persónur, sum kundi fullføra hetta, og tað var Hansara egni Sonur, Jesus Kristus. Hví? Tí Hann er uttan synd.   Tí sendi Gud Son Sín í heimin (Jóh. 3.17): „fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.“ Jesus, sum er Gud, varð føddur inn í heimin sum menniskja. Í góð 30 ár livdi Jesus her á jørðini, gjørdi bara væl og syndaði ongantíð. Tí kundi Hann sum tann einasti taka á Seg alla synd heimsins – tína og mína synd.

„TAÐ ER FULLGJØRT!“

Um tú nú gert Esaias 53.5 til títt vers og setir TÍTT navn á tær tómu linjurnar, so fært tú av sonnum at kenna, at tað var fyri TEG, Jesus gørdi alt hetta. Men Hann varð særdur fyri brotini hjá _______________, soraður fyri misgerðirnar hjá _____________; straffin varð løgd á Hann, so ______________ skuldi hava frið, og við sárum Hansara er ___________ grødd/ur. Vit kunnu einki gera sjálvi til frelsu. Jesus hevur gjørt alt. „Tað er fullgjørt!“ rópti Hann á krossinum (Jóh. 19.30). Harvið sigur Jesus, at tað er einki eftir at gera. Trýrt tú av øllum hjarta tínum, at Jesus Kristus er Sonur Guds, so ert tú frelstur. Tað sigur Orð Guds (Áp. 8.37).

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Jesus hevur gjørt alt. Hjá mær er bara at trúgva.

VERS AT GLEÐAST UM „Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.“ Efesusbrævið 2.8-9

8


SETNINGUR

SPURNINGAR

2

Les setningin – Alt fyri teg – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvat er sama navnið sum Messias?

 Esaias  Kristus  Ádam

2. Hví varð Jesus spottaður og vanvirdur?

 tí Hann leið fyri Sína synd  tí Hann leið fyri tína synd  tí øll hildu Hann vera so vakran

3. Hvat er synd?

 at henta súreplir av einum træi  at vera ólýðin móti Gudi  at krógva seg í einum urtagarði

4. Hvat kunnu vit sjálvi gera til frelsu?

 einki  rættiliga lítið  royna okkara besta ikki at synda

At hugsa um: • Hví gjørdi Jesus alt fyri meg? • Er tað nóg mikið hjá mær bara at trúgva? • Kann hatta ikki bíða, til eg verði eldri?

9


SETNINGUR

3

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

JESUS DOY ÐI , ME N H A NN LI V IR „Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir!“ Opinberingin 1.18

Les: Lukas, kapitul 24, vers 1-12 og Jóhannes 20.24-31.

SENDUR AV GUDI

Jesus vitsti, hvør uppgáva Hansara var her á jørðini. Faðir Hansara hevði sagt Honum tað. Fleiri ferðir lesa vit, at Jesus talar við lærisveinar Sínar um deyða Sín, men teir skilja ikki, hvat Hann tosar um (Matt. 16.21; 20.17-19). Lærisveinarnir gleddust um lívið saman við Jesusi og vildu tí, at Hann skuldi verða hjá teimum altíð. Tá ið Hann so byrjaði at kunna teir um, at Hann skuldi doyggja, vildu teir ikki hoyra talan um tað. Pætur hevði enntá at Jesusi fyri hetta (Matt. 16.22); men tá svaraði Jesus honum: „Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!“ Matteus 16.23 Gud hevði frá upphavi eina ætlan, og hesa ætlan kendi Jesus, tí Hann er Gud (1. Pæt. 1.19-20).

„IKKI, SUM EG VIL, MEN SUM TÚ VILT!“

Tú heldur kanska, at fyri Jesus var tað ikki torført at doyggja á krossinum. Hann, sum er stórur, sterkur og almáttugur; men gloym ikki, at meðan Jesus gekk her á jørðini, var Hann menniskja, eins og tú – tó uttan synd. Hann kendi sorg og sakn (Matt. 26.38), einsemi (Jóh. 1.11), pínu og ótta eins og tú (Luk. 22.44).

10


Jesus vitsti, at tað førdi nógva pínu og vanvirðing við sær – ósekur at verða spottaður, sligin og húðflongdur og síðani verða negldur í hendur og føtur og hongdur upp á ein kross. Men tað var lítið at rokna móti tí, at á krossinum skuldi Hann bera alla heimsins synd. Øll synd, sum var gjørd, er gjørd og verður gjørd av hvørjum einasta menniskja, varð løgd á Jesus, so tú og øll onnur kunnu verða bjargað undan dómi Guds.   Tí kom Jesus í deyðaangist og bað so inniliga til Faðir Sín í Himli um at finna ein annan útveg at bjarga heiminum úr synd. Hann vitsti, hvussu ræðuliga kvøl og pínu Hann skuldi ígjøgnum á krossinum. Men kortini segði Hann í bønini (Mark. 14.36): „– Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“ Jú, tað var svárt, ómetaliga svárt fyri Jesus at líða krossdeyðan fyri teg, men Hann gjørdi tað kortini. Hann gjørdi tað, tí Hann var Faðir Sínum lýðin. So nógv elskaði Gud teg.

„GUD MÍN, GUD MÍN! HVÍ ERT TÚ FARIN FRÁ MÆR?“

Meðan Jesus hekk á krossinum í pínu og kvøl fyri tína og mína skuld, rópti Hann hesi orð (Mark. 15.34). Hesa løtu var Jesus so einsamallur, sum einki menniskja á hesi fold nakrantíð hevur verið. Fjøldin hevði givið Hann upp at verða krossfestan. Vinir Hansara høvdu allir svikið Hann, og Gud Faðirin var farin frá Honum. Gud, sum er heilagur og ikki tolir synd, var noyddur at fara frá Jesusi í hesi løtu, tá ið Hann tók alla heimsins synd á Seg. Gud mátti lata Sín einasta Son, Jesus Kristus, fara í deyðan einsamallan. Hann gjørdi tað alt, fyri at tú kanst fáa frið.

„HANN ER IKKI HER, HANN ER RISIN UPP!“

Jesus talaði eisini við lærisveinar Sínar um, at Hann skuldi rísa upp tríggjar dagar eftir, at Hann skuldi verða dripin; men teir skiltu tað ikki (Mark. 9.31-32). „Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt.“ Jóhannes 2.22 Tá ið Jesus var deyður, varð Hann tikin niður av krossinum og lagdur í eina grøv. Triðja dagin, sum Hann hevði sagt, reis Hann upp frá hinum deyðu. Tá ið kvinnurnar komu út til grøv Jesusar fyrsta dagin í vikuni og funnu ikki likam Hansara, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum – sum vit lósu (Luk. 24.4-8). Teir søgdu: „Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu! Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara ...“ „Tá mintust tær orð Hansara.“

11


„SÆL ERU TEY, SUM IKKI HAVA SÆÐ OG TÓ TRÚGVA!“

Henda sama dagin, sum Jesus var risin upp, vísti Hann Seg um kvøldið fyri lærisveinum Sínum. Hann vísti teimum hendur Sínar og síðu Sína, og teir vórðu glaðir, tá ið teir sóu Harran. Men Tummas var ikki saman við teimum hetta kvøldið, og tá ið lærisveinarnir seinni søgdu honum frá, at teir høvdu sæð Jesus, vildi hann ikki trúgva teimum.   Eingin, sum livir í dag, hevur nakrantíð sæð Harran Jesus, men mong hava upplivað Hann og hava sannað, at Hann hevur hjálpt í lívsins trupulleikum, og hava kent gleðina um at eiga Jesus í hjartanum. Gud gav okkum Orð Sítt, og alt, sum vit har lesa um Harran Jesus, er skrivað (Jóh. 20.31): „… fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit – við at trúgva – skulu hava lív í navni Hansara.“

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Jesus doyði og reis fyri meg. Við trúgv á Jesus havi eg lív í navni Hansara.

VERS AT GLEÐAST UM „Og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.“ 1. Jóh. 1.7

12


SETNINGUR

SPURNINGAR

3

Les setningin – Jesus doyði, men Hann livir – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Vitstu lærisveinarnir frammanundan, at Jesus skuldi doyggja?

 ja, Jesus hevði sagt teimum tað  nei, eingin hevði sagt teimum tað  bara Pætur vitsti tað

2. Var Jesus bangin fyri at skula doyggja á krossinum?

 nei, Hann ræddist einki  kanska eitt lítið sindur  ja, Hann kom í deyðaangist

3. Hvussu bað Jesus til Faðir Sín?

 send onkran annan  ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt  lat meg ikki føla nakra pínu

4. Hvør fór frá Jesusi, meðan Hann hekk á krossinum?

 øll uttan Gud  Gud  eingin

At hugsa um: • Hví sendi Gud ikki onkran annan at doyggja fyri meg? • Kann eg siga nei til slíkan kærleika? • Hvussu kann eg bera øðrum gleðiboðini um Jesus?

13


SETNINGUR

4

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

JESUS K E M U R A F T U R

„Teir søgdu: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.““ Ápostlasøgan 1.11 Les: Jóhannes, kapitul 14, vers 1-6. Lærisveinarnir munnu hava verið syrgnir og ørkymlaðir hendan dagin, Jesus hevði sagt teimum, at Hann fór at doyggja. Men so segði Jesus teimum eisini, at Hann fór at koma eftir teimum og taka teir heim við til Himmals, tá ið tíðin var komin til tað. Hóast tað hevur verið torført hjá teimum at skilja, so hevur tað verið ein veldig troyst hjá lærisveinunum at hoyra. „Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.“ Jóhannes 14.3

GUDS LYFTI HALDA!

Tað, sum Gud lovar, heldur Hann! Longu í triðja kapitli í Bíbliuni lovaði Gud at senda Jesus at bjarga okkum frá syndum okkara. Hetta lyftið varð endurtikið eini 30 ferðir gjøgnum Gamla Testamenti. Tá ið tíðin so var komin, at Jesus varð føddur í henda heim, prógvaðu Skriftirnar, at hetta var Frelsarin. Hetta er størsta hendingin í søguni!   Tað er ein onnur stórhending, sum er framman fyri okkum. Tað er tað, sum Jesus tosaði

14


við lærisveinarnar henda dagin, at Hann kemur aftur! Hendingin hevur alstóran týdning fyri hvørt menniskja! Vit lesa eini 300 ferðir í Bíbliuni um, at Jesus skal koma aftur! Og minst til – Guds lyfti halda! „Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.“ Matteus 24.35

HVAT HENDIR, TÁ IÐ JESUS HEVUR VERIÐ AFTUR?

Hjá øllum, sum trúgva á Jesus, er tað gott og gleðiligt, at Jesus kemur aftur; men soleiðis er ikki hjá teimum, sum ikki trúgva á Jesus. Tí tað verða bara tey, sum eru Hansara børn, sum sleppa heim við!   Tá ið Jesus hevur verið aftur, verður dómur hildin yvir syndina. Tá skal hvørt menniskja, sum nakrantíð hevur livað, svarað fyri seg. Einki óreint kann koma í nánd av hinum livandi Gudi! Tey, sum hava trúð Jesusi og tikið við frelsuni, sum Hann hevur vunnið okkum, eru longu dømd rættvís, tí Jesus hevur goldið teirra syndir. Hesi eru rein fyri Gudi. Tey, sum ikki hava trúð, standa verjuleys og mugu bera æviga dómin fyri synd sjálvi, tí tey skoyttu ikki um frelsuna, sum Gud bjóðaði teimum. „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum. Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.“ Jóhannes 3.16-18

NÆR KEMUR JESUS?

Tað veit eingin uttan Gud Faðirin sjálvur! Vit lesa (1. Tess. 5.2), at „dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt“. Bíblian tosar nógv um at vera til reiðar til komu Hansara. „Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.“ Matteus 24.44

JESUS KEMUR AFTUR – HVUSSU ÁVIRKAR TAÐ MÍTT LÍV NÚ?

Jesus segði eitt líknilsi um 2 tænarar, sum vóru settir at taka sær av húsunum hjá húsbóndanum, meðan hann var burturstaddur. Annar væntaði harra sín aftur, nær tað

15


skuldi verða, og gjørdi allar sínar skyldur og hevði alt klárt, til húsbóndin kom aftur. Hesin tænarin fekk stóra løn.   Hin tænarin hugsaði við sær sjálvum, at húsbóndin fór ikki at koma aftur enn á sinni. Og hann fór at drekka seg fullan og sláa arbeiðsfólkini. Hann væntaði ikki harra sín at koma aftur, og tað ávirkaði hansara lív til tað verra. Men harrin kom aftur, og har var einki skil á. Hesin tænarin varð revsaður (Matt. 24.45-51).   Tað ávirkar okkara lív, um vit vænta, at Jesus kemur aftur ella ikki.

HANN KEMUR – ERT TÚ TIL REIÐAR?

Um tú hevur trúð á Jesus, so kanst tú gleða teg! Hugsa tær, at tú skalt liva í allar ævir saman við Honum, sum vil tær tað allar besta og elskar teg sum eingin annar!   Jóhannes áminnir okkum í sínum fyrsta brævi, at tá ið vit vænta Jesus, so skulu vit gera sum húshaldarin, sum var til reiðar, og liva vøkur lív (1. Jóh. 3.3). „Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.“ Um tú ikki hevur trúð, so vilja vit inniliga heita á teg um at hugsa teg gjølla um og at taka við frelsuni, sum Jesus hevur vunnið tær, tá ið Hann læt Sítt lív fyri títt! Tað, tú skalt gera, er at trúgva á Hann. Enn hevur tú møguleikan, men hann verður ikki altíð. Tey, sum ikki eru Hansara børn, fara fortapt. „Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“ Ápostlasøgan 2.21

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Um eg skal til Himmals, má eg vera til reiðar, tá ið Jesus kemur!

16

VERS AT GLEÐAST UM „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur.“ Ápostlasøgan 16.31


SETNINGUR

SPURNINGAR

4

Les setningin – Jesus kemur aftur – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvør er størsta hendingin í søguni?

 at Jesus varð føddur sum menniskja, doyði og reis upp aftur  at Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki  at menniskjan hevur verið uppi á mánanum 2. Hvør verður dømdur, tá ið Jesus hevur verið aftur?

 øll, sum hava trúð á Hann  øll, sum ikki hava trúð á hann  eingin

3. Hvør veit, nær Jesus kemur aftur?

 eingin  Gud Faðirin  øll, sum hava trúð á Hann

4. Hvør sleppur við, tá ið Jesus kemur aftur?

 øll, sum hava trúð á Hann  øll – sama ger, um tey hava trúð á Jesus ella ikki  eingin

At hugsa um: • Eri eg til reiðar at møta Gudi? • Hvussu ávirkar tað mítt lív, at Jesus kemur aftur? • Hvat hevði eg gjørt øðrvísi, um eg vitsti, at Jesus kom í dag?

17


SETNINGUR

5

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

FRELSUVISSA

„Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.“ Jóhannes 10.28 Les: Rómbrævið, kapitul 8, vers 31-39 og Fyrsta bræv Jóhannesar 5.10-13.

KANN EG VITA, AT EG ERI FRELSTUR?

Hetta er ein spurningur, ið mong stríðast við. Tú hevur kanska játtað trúgv á Harran Jesus; men nú er okkurt hent í lívi tínum, sum ger, at tú ert farin at ivast: „Kann eg vera frelstur, tá ið eg havi slíkar tankar?“ ella: „Kann Gud elska meg, tá ið eg havi gjørt hasa gerðina?“ Tú ert farin at ivast um støðu tína yvir fyri Gudi. Tað er tí umráðandi at vita og skilja, hvat frelsan er bygd á. Tí um frelsan er bygd á, hvussu tú ert, ella verkini, ið tú gert, ja, so er einki grundarlag. Vit vita øll, hvussu lætt tað er hjá einum menniskja at gera eitt mistak, ið førir til synd.

GRUNDARLAGIÐ UNDIR FRELSUNI

Bíblian lærir, at frelsan, ið Gud bjóðar øllum menniskjum, er bygd á Jesus Kristus – lív, deyða og uppreisn Hansara. Jesus livdi eitt fullkomið lív. Tað vil siga, at Hann syndaði ikki móti Faðir Sínum, men livdi eitt rættvíst lív, hóast Hann varð freistaður á sama hátt sum tú. Jesus er tí tann einasti, ið kann umboða øll tey, ið trúgva á Hann yvir fyri Faðirinum. Tað merkir, at um tú trýrt á Jesus Kristus, so sær Faðirin teg gjøgnum Kristus, og tí sær Hann teg sum eitt rættvíst menniskja uttan synd (2. Kor. 5.17-18). Ikki tí, at tú ert rættvísur og uttan synd í tær sjálvum; men Gud gevur – tilroknar – tær rættvísi Kristusar.

18


„Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra.“ 2. Korintbræv 5.19 Bíblian sigur okkum, at Jesus doyði á Golgata krossi. Hví mátti Jesus doyggja, og hvat hendi, tá ið Jesus doyði? Syndin kom inn í heimin, tá ið Eva og Ádam ikki aktaðu Gud. Henda gerðin skapti ein skilnað millum Gud og menniskju. Hesin skilnaður kundi einans brótast niður av einum fullkomnum ofri, og tað fullkomna ofrið var Jesus Kristus. Tá ið Hann – lýðin móti Faðir Sínum – leið deyðan á krossinum, var tað fyri at bróta niður skilnaðin millum menniskju og Gud (Ef. 2.13-20). Hetta gjørdi Hann við at taka alla heimsins synd á Seg. Jesus doyði, tí at Hann tók syndina á Seg; men hetta var ikki endin. Jesus reis upp aftur frá deyðanum. Hetta vísir okkum, at lív Hansara var sterkari enn deyðin. Deyðin – sum er lønin, ið syndin gevur (Róm. 6.23) – kundi ikki halda Jesusi, tí Hann er størri enn syndin og deyðin (1. Kor. 15.20-22, 53-58). Og av hesi orsøk kunnu tey, sum trúgva á Jesus, eisini hava ævigt lív. So tú sært, at frelsan, ið Gud veitir menn­iskj­ um, er fullkomiliga bygd á Jesus Kristus, og tí mugu vit spyrja, hvat Gud heldur um tað verk, ið Jesus gjørdi.

VERK JESUSAR VAR FULLKOMIÐ

„Síðani, við tað at Jesus vitsti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: „Eg tysti.“   Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara.   Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.“ Jóhannes 19.28-30 Gud var nøgdur við fullgjørda verk Jesusar á Golgata krossi. Og triðja dagin reis Jesus upp, eftir skriftunum (1. Kor. 15.4). Tí var frelsuverk Jesusar góðtikið av Faðirinum. Faðirin góðtekur tí øll tey, sum trúgva á Jesus. Ikki tí, at tey eru fullkomin í sær sjálvum; men tí tey hava trúð á Harran Jesus Kristus, sum tók dóm teirra á Seg.

TANN, IÐ TRÝR Á JESUS, BROYTIST

Bíblian greiðir okkum frá tí, sum hendir við teimum, ið trúgva á Jesus, og hvussu teirra støða yvir fyri Gudi broytist. Tey fáa frið við Gud (Róm. 5.1). Tey gerast børn Guds (Gal. 3.26). Tey gerast amboð Guds (Róm. 6.16-18). Tey kunnu til eina og hvørja tíð biðja til Gud, og Gud lovar, at Hann skal ongantíð sleppa teimum (Jóh. 10.29):

19


„Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.“ Dýrabar lyfti, sum Gud gevur teimum, ið trúgva á Jesus.

FRELSAN ER BYGD Á JESUS, TÍ ER HON TRYGG

„Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.“ Esaias 53.5

Tú kanst tí gleðast um, at Gud hevur elskað teg so, at Hann gav einborna Son Sín Jesus Kristus at bera dómin fyri tína synd, at líða offurdeyðan, fyri at tú kanst fáa vón og lív við at trúgva á Jesus. Orsaka av Jesusi kanst tú tí vita, at tú ert frelstur, tí frelsan er bygd á Jesus, Son Guds, og eina Hann (1. Jóh. 5.10). „Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnis­ burðin í sær sjálvum; tann, ið ikki trýr Gudi, hevur gjørt Hann til lygnara, tí hann hevur ikki trúð á vitnisburðin, ið Gud hevur vitnað um Son Sín.“

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Frelsan er trygg, tí hon er bygd á Jesus.

VERS AT GLEÐAST UM „Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.“ Rómbrævið 5.1

20


SETNINGUR

SPURNINGAR

5

Les setningin – Frelsuvissa – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Kanst tú vita, at tú ert frelstur?

 ja  nei  kanska

2. Hvat er grundarlagið undir frelsuni?

 góð verk  dópurin  Jesus Kristus og fullgjørda verk Hansara

3. Hví góðtók Gud frelsuverk Jesusar?

 tí Jesus varð píndur og spottaður  tí verkið var fullkomið  tí Jesus var so ungur, tá ið Hann doyði

4. Hví er frelsan trygg?

 tí hon er bygd á Jesus og fullgjørda verk Hansara  tí hini siga tað  tí nógv trúgvandi eru so fitt

At hugsa um: • Kunnu øll verða frelst? • Verði eg ófrelstur aftur, um eg ivist? • Hvar merkir tað at verða rættvísgjørdur?

21


SETNINGUR

6

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

E IT T LÍ V, E IN M ØGULE IK I „Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma.“ Prædikarin 12.1 Les: 1. Mósebók, kapitul 25, vers 24-34.

EIN ÁVARING

Frásøgnin um Esau er ein av teimum syrgiligu í Bíbliuni. Tað er søgan um ein spiltan møguleika! Esau var hin frumborni, tann elsti, og tað hevði við sær, at tað var gjøgnum hann, at ættin og arvurin skuldu førast víðari. Einaferð hann var svangur, seldi hann beiggja sínum frumburðarrættin fyri eina skál av vellingi. Hann hugsaði meir um sín tørv beint tá enn um framtíðina. Esau seldi sína framtíð fyri eina máltíð! Ein vánaligur handil! Esau roknaði skeivt! Nógv 100 ár seinni, tá ið Hebrearabrævið varð skrivað, varð gerðin hjá Esau henda dagin brúkt sum ávaring (Hebr. 12.16-17):

22


„Síggið til, at eingin er siðloysingur ella vanheilagur – sum Esau, ið fyri bert eina máltíð seldi frumburðarrætt sín! Tit vita jú, at hann seinni, táið hann vildi arva signingina, varð vrakaður, tóat hann við tárum bað um at fáa hana – hann fann sær onga leið til umvending.“

EITT FYRIDØMI

Søgan um Móses er ein heilt onnur. Móses varð føddur sum trælabarn við deyðadómi hangandi yvir sær. Men Gud hevði eina serliga ætlan við lívi hansara. Í staðin fyri ein ræðuligan deyða varð Móses bjargaður á ein undurfullan hátt og vaks upp sum prinsur í Egyptalandi. Vit lesa um hann, at hóast hann kundi valt at liva eitt lív í njótan, so valdi hann fyrr at líða ilt við fólki Guds (Hebr. 11.25)! Hví gjørdi Móses tað? Tí hann sá frameftir! Hann vildi ikki skifta eina stutta njóting av synd í løtuni um við tað, sum Gud átti til hansara. Skrivarin av Hebrearabrævinum gevur okkum søguna um Móses sum fyridømi til okkara (Hebr. 11.26): „Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.“

TÚ ERT GUDS HANDAVERK

Gud hevur eisini eina ætlan við tær! Hann hevur skapt teg við teimum eginleikum, sum tú hevur, tí Hann hevur eina serliga ætlan við júst tínum lívi! Gud er nøgdur við, hvussu Hann hevur skapt teg! Paulus skrivar til tey trúgvandi í Efesus (Ef. 2.10): „Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.“

TÚ SKALT EISINI VELJA

Tú hevur fingið eitt lív. Tað er ein gáva frá Gudi til tín. Soleiðis, sum tú brúkar títt lív, er tín gáva til Hansara! So er spurningurin, um tað er ein góð gáva, tú bert Honum! Fyrsta treytin fyri at liva lívið til fulnar, sum Gud hevur ætlað tær, er, at tú ert Hansara barn. Ætlanin, sum Gud hevur fyri Síni børn, er, at tey skulu ganga í Jesu fótasporum og líkjast Honum. Júst hvar, Hann førir Síni børn, er so ymist. Tað, sum hevur týdning fyri teg, er, at tú hevur samfelag við Gud, so Hann kann leiða teg til tað, sum Hann vil brúka teg til. Hvønn dag standa vit

23


yvir fyri nógvum valum. Ein góð meginregla, sum vit kunnu brúka, er at hugsa um, hvat Jesus hevði gjørt í støðuni, sum vit standa í. Eitt annað, sum er gott at hava í huga, er, um avgerðirnar, vit taka, fáa okkum at líkjast Jesusi meir. Tað er so lætt bara at gera tað, sum kennist væl í løtuni og gloyma at hugsa um, hvat virði tað hevur í ævinleikanum. – Men tað kemur aftur um brekku. Tá ið Esau seinni í lívinum sá, hvussu illa hann hevði brúkt sín møguleika, angraði hann. Vit lesa tað syrgiliga um hann, at hann fann sær onga leið til umvending. Hjá Esau gjørdist tað ikki umaftur, tí ein annar var komin í hansara stað. So leingi vit liva, er tað ikki ov seint at fylgja Jesusi eftir, men tíðina, sum vit spilla burtur, kunnu vit ikki fáa aftur! Vit muga minnast, at vit hava eitt lív, og hareftir skal alt gerast upp! „Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –.“ Hebrearabrævið 9.27

VEL RÆTT!

Tú kanst ikki fáa eitt betri lív enn lívið, sum Gud hevur ætlað tær! Hann hevur skapt teg og borið tín dóm! Eingin vil tær betur enn Hann!   Liv lívið, sum Hann ætlaði tær!   Fylg Honum!

HVAT LÆRDI EG Í DAG

VERS AT HUGSA UM

• Mítt lív er Guds gáva til mín. Hvussu eg livi tað, er mín gáva til Hansara.

„Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna.“

24

Josva 24.15


SETNINGUR

Spurningar

6

Les setningin – Eitt lív, ein møguleiki – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvat seldi Esau?

 eina skál av vellingi  frumburðarrættin  alt, sum hann átti 2. Hvat valdi Móses?

 at blíva prinsur í Egyptalandi  at njóta syndina  at líða ilt við børnum Guds

3. Hvat er tað besta, sum tú kanst velja?

 at líkjast Jesusi  at njóta syndina  altíð at gera tað, sum kennist best í løtuni

4. Hvør hevur borið tín dóm?

 foreldur tíni  Jesus Kristus  eingin

At hugsa um: • Hví doyði Jesus fyri meg? • Hvussu livi eg lívið, sum Jesus ætlaði mær? • Hví kann eg ikki bara altíð gera tað, sum kennist best í løtuni?

25


SETNINGUR

7

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

AT GEVA

„Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.“ Orðtøkini 11.25

Les: Markus, kapitul 12, vers 41-44. Okkum dámar væl at fáa; men fyri at fáa má tað vera onkur, sum gevur. Um vit venja okkum við at geva, og vit geva við gleði, so frøist hjarta okkara um at gleða onnur.

HANN GAV TAÐ BESTA

Bestu og størstu fyrimyndina, tá ið tað ræður um at geva, hava vit í Gudi, Faðir okkara í Himli. Hann gav alt. Hann gav Seg sjálvan. Gud ofraði einasta Son Sín, tá ið Hann læt Hann doyggja á krossinum fyri okkum, so vit kunnu verða bjargað og fáa ævigt lív, um vit trúgva á Hann. Í Jóhannes 3.16 stendur: „Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“

ALT ER FRÁ GUDI

Gud skapti okkum í mynd Síni. Hann skapti okkum við okkara evnum, útsjónd og førleika. Alt, sum vit eiga, hava vit fingið frá Gudi. Rómbrævið 11.35-36 sigur um Gud Harran: „Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag! – Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.“

26


Hann hevur givið okkum foreldur, familju og heim. Hann hevur givið okkum landið, sum vit búgva í, og alt sum vit njóta hvønn einasta dag. Alt, sum vit eiga, bæði okkara evnir og ognir, er sostatt frá Honum.

GUD ELSKAR GLAÐAN GEVARA

Vit skulu ikki kenna okkum noydd ella tvingað at geva, men skulu geva við gleði. Bíblian sigur, at Gud elskar glaðan gevara (2. Kor. 9.7): „Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!“

GEV AV TÍ, SUM TÚ HEVUR FINGIÐ

Tá ið Móses leiddi Ísraelsfólk úr Egyptalandi gjøgnum oyðimørkina, gav hann fólkinum mong ymisk boð frá HARRANUM, sum tey skuldu halda. Millum annað fingu tey álagt at geva tíggjund. Tað vil siga, at tey skuldu geva ein tíggjunda part av tí, sum tey fingu av grøði síni (5. Mós. 14.22): „Tú skalt geva tíggjund av allari grøði tíni, av øllum tí, sum á markini veksur, ár eftir ár.“ Tað var ikki bara á døgum Mósesar, at neyðugt var at geva. Á okkara døgum er tað framvegis soleiðis, at vit skulu geva til Harrans verk burtur av tí, sum vit vinna. Vit kunnu geva á so mangan hátt. Tað kann vera við at lata pening, eins og kvinnan gjørdi, sum legði tveir smápeningar í tempulkistuna. Men vit kunnu eisini geva Gudi okkara evnir og førleikar. Vit hava jú fingið alt frá Honum til at nýta til Hansara æru.

GEV GUDI TÍNI EVNIR

Gev Gudi evnini, sum tú hevur fingið at syngja ella spæla á eitthvørt ljóðføri. Gev Gudi evnini, sum tú hevur fingið at tosa ella tala Guds orð. Gev Honum evnini, sum tú hevur fingið at gera praktiskt arbeiði: at vaska, smíða, mála og skrúva og at bjóða til møtir. Gev Honum evnini at baka og matgera, at rudda og býta út góðan lesnað og at vitna fyri onkrum, sum tørvar at hoyra eitt gott orð. Gev Gudi evnini at nýta telduna til so mangt ymist í Hansara tænastu.

27


Soleiðis hava vit øll fingið gávur frá Gudi, sum Hann vil, at vit skulu nýta at gleða onnur, Sær til dýrd. Jesus segði við lærisveinar Sínar (Matt. 10.8): „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“

BIÐ GUD VÍSA TÆR, HVØRJUM TÚ SKALT STUÐLA

Hvønn dag hoyra og síggja vit neyðina rundan um okkum í heiminum, hvussu illa stødd mong menniskju eru. Mong børn svølta og eiga ikki nóg mikið til lívsins uppihald. Mong eiga ikki tak yvir høvdið og mugu sova úti á gøtuni, og mongu eru illa komin av vanlukkum, rúsevnum og sjúku. Eru vit tá til reiðar at rætta teimum, sum treingja, eina hjálpandi hond? Trúboðarar, bæði heima hjá okkum og teir, sum eru farnir í onnur lond at kunngera gleðiboðskapin, treingja eisini til okkara stuðul. Tú fært ikki hjálpt øllum, og tí skalt tú spyrja Gud, hvørjum Hann vil, at tú skalt stuðla. Tað, tú gevur øðrum, gevur tú Gudi, og tað vendir ikki tømt aftur. Í Orðtøkunum 22.9 stendur:

Góði Gud…

Hvønn skal    eg    stuðla?

„Hin hjartagóði verður signaður, aftur fyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.“

HVAT LÆRDI EG Í DAG • „Sælari er at geva enn at fáa.“ Áp. 20.35

VERS AT HUGSA UM „Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 3.16

28


SETNINGUR

Spurningar

7

Les setningin – At geva – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvør er besta fyrimyndin í at geva?

 fátæka einkjan, sum legði alt, sum hon átti, í tempulkistuna  Gud  lærisveinar Jesusar 2. Hvussu nógv skalt tú geva?

 helvtina av øllum, sum tú eigur  ein tíggjunda part av øllum, sum tú fært  tað, sum Gud leggur tær á hjarta at geva

3. Hvat vil Gud, at tú gevur Honum?

 einki  evnini, sum Hann hevur givið tær  tað, sum tú ikki hevur brúk fyri

4. Hvørjum skalt tú stuðla?

 øllum, sum biðja um stuðul  ongum  tí, sum Gud vísir tær, at tú skalt stuðla

At hugsa um: • Hvussu dámar mær at geva? • Eigi eg nakað at geva øðrum? • Hvat skal eg Jesusi geva? (les nr. 367 í Songbók Guds Fólks)

29


SETNINGUR

8

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

LÝ DNI

„Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður.“ Fyrra bræv Pæturs 1.14 Les: 1. Sámuelsbók, kapitul 15, vers 19-26. Øll foreldur vilja, at børn teirra akta og eru lýðin. Mamma og pápi tín vilja eisini, at tú gert tað, sum tey biðja teg, og at tú lurtar eftir teimum. Viðhvørt tímir tú ikki at gera tað, sum foreldur tíni vilja hava teg at gera, tá ert tú ólýðin og syndar móti Gudi.

GUD VIL, AT TÚ SKALT AKTA HANN

Gud vil, at tú skalt lýða Hann og tæna Honum. Í Bíbliuni eru mangar frásagnir um fólk, sum vóru lýðin og tæntu Gudi (1. Mós. 22.12). Men vit lesa eisini um tey, sum ikki aktaðu Gud, og sum Gud mátti revsa og tykta (4. Mós. 12.10).

JÓNAS FLÝGGJAR FRÁ ÁSJÓN HARRANS

Jónas var maður, sum Gud bað fara til býin Nineve at biðja fólkini, sum har búðu, um at venda við til HARRAN. Men Jónas var ólýðin og flýddi umborð á eitt skip. Tá læt Gud eitt ódnar­veður koma á teir, so skipið mundi sokkið. Eftir boði Jónasar kastaðu skips­ menn­inir Jónas fyri borð, og sjógvurin slætnaði við tað sama (Jón. 1.15).

JÓNAS VENDIR VIÐ OG FER EFTIR BOÐI HARRANS

Men Gud gloymdi ikki Jónas. HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og tríggjar dagar seinni spýði fiskurin eftir boði HARRANS Jónas upp á turt land (Jón. 2.11). Tá fór Jónas eftir boði HARRANS til Nineve og rópti, at um 40 dagar skuldi staðurin verða lagdur í oyði. Tá trúðu Ninevemenn og vendu við til Gud, og Gud spardi býin (Jón. 3.10).

30


LEVI FER FRÁ ØLLUM OG FYLGIR JESUSI

Í Bíbliuni lesa vit um ein mann, sum æt Levi. Hann sat við tollbúðina, har hann arbeiddi sum tollari. Jesus kom framvið og bað hann fylgja Sær. Tá fór Levi frá øllum og reistist og fylgdi Jesusi (Luk. 5.27-28). Tú, sum eigur Jesus sum tín Frelsara og ert Hansara barn, skalt lýða Hann og fylgja Honum, tí Jesus er tín Harri og Gud (Jóh. 20.28).

ÁBRAHAM VAR LÝÐIN, TÁ IÐ GUD KALLAÐI HANN

Gud bað Ábraham fara úr landi sínum til eitt annað land at búgva. Ábraham ferðaðist langa leið og kom umsíðir til eitt stað, sum Gud vísti honum. Ábraham var lýðin, tá ið Gud kallaði hann, og HARRIN signaði Ábraham ríkliga (1. Mós. 12.3).

LÝDNI BER STÓRA LØN VIÐ SÆR

Hetta eru nøkur dømi úr Bíbliuni, sum siga frá monnum, sum aktaðu Gud, og Gud signaði teir. Um tú ert Gudi lýðin, so merkir tað kortini ikki, at tú onga mótgongd fert at fáa í hesum lívin­um. Men Harrin hevur lovað at vera við tær gjøgnum mótburðin. Hann hevur sagt, at Hann skal als ikki sleppa tær, og als ikki fara frá tær (Hebr. 13.5). Hóast tú ikki altíð skilir, hvat Gud vil, at tú skalt gera, ella hvar tú skalt fara fyri Hann, so signar Hann teg, um tú ert Honum lýðin og fylgir Honum.

JESUS VAR FAÐIR SÍNUM LÝÐIN

Men gloym ikki, at hvussu tú so roynir at vera lýðin og gera tað, sum er rætt, so megnar tú tað ikki í egnari styrki. Og tí kann einki menniskja frelsa seg sjálvt – heldur ikki tú. Tú og øll onnur menniskju hava verið ólýðin móti Gudi og hava einki annað uppiborið enn at verða koyrd burtur frá Gudi í allar ævir (Róm. 3.23). Men Gud er fullur av náði. Hann elskar teg so nógv, at Hann valdi at senda einasta Son Sín at doyggja fyri teg (1. Jóh. 4.14). Jesus var Faðir Sínum lýðin og læt Seg krossfesta og drepa fyri tína skuld (Jóh. 6.38-40). Hann er Gud og kundi sloppið Sær undan, men Hann læt Seg føða inn í heimin sum eitt menniskja, men Hann syndaði ongantíð. Hann leið pínu, spott og háð og at enda deyðan, fyri at tú, um tú trýrt á Hann, skalt verða frelstur (Mark. 16.16).

31


Hann var ikki nakar „superman“, tá ið Hann fall á knæ og bað í Getsemane (Luk. 22.42): „Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær!“ Hann kom í deyðaangist, og sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina, og kortini segði Hann: „Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“ Tí er Jesus, Sonur Guds, besta dømi um lýdni í Bíbliuni, og bert í Honum ert tú mentur at vera Faðir tínum lýðin í øllum (Fil. 4.13).

HVAT LÆRDI EG Í DAG

VERS AT GLEÐAST UM

• Jesus var Faðir Sínum lýðin og vil, at eg skal vera sum Hann!

„Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann var lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.“ Filippibrævið 2.8

32


SETNINGUR

Spurningar

8

Les setningin – Lýdni – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvar bað Gud Jónas fara?

 umborð á eitt skip  til býin Nineve  í búkin á einum fiski

2. Hvussu leingi var Jónas í búkinum á fiskinum?

 í tríggjar dagar  í tríggjar vikur  í trý ár

3. Hvussu æt tollarin, sum fór frá øllum og fylgdi Jesusi?

 Ábraham  Jónas  Levi

4. Hvat er synd?

 ikki at sleppa tað, sum tú hevur hug til  ikki at akta  at sova leingi um morgunin

At hugsa um: • Eri eg lýðin móti Gudi? • Skal eg vera lýðin móti øllum? • Vil eg fara frá øllum og fylgja Jesusi?

33


SETNINGUR

9

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

FYRIGEVING

„Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 1.9

Les: 1. Mósebók, kapitul 50, vers 15-21. Helst kennir tú bønina „Faðir vár“, sum Jesus lærdi lærisveinar Sínar (Matteus. 6.9-13). Eitt brot ljóðar soleiðis: „Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.“ Matteus 6.12

Hetta merkir, at tú skalt biðja um fyrigeving, tá ið tú syndar – gert okkurt skeivt – móti onkrum. Hetta merkir eisini, at tú skalt fyrigeva teimum, sum gera okkurt skeivt móti tær.

BIÐ UM FYRIGEVING

At viðganga – játta – tað ringa, sum vit gera og hava gjørt, og at biðja um fyrigeving er ein ógvuliga týðandi partur í okkara lívi. Tú kennir tað væl frá vanliga gerandisdegnum. Tú gert okkurt skeivt móti tínum foreldrum, systkjum ella onkrum vinfólki, og tú veitst, at tú hevur sært tey ella gjørt teimum órætt. Hvussu tú so roynir at skúgva tað frá tær og gloyma tað, so fært tú ikki frið við teg sjálvan, fyrrenn tú hevur biðið um fyrigeving (1. Mós. 50.17).

LURTA EFTIR SAMVITSKUNI

Bið Gud um fyrigeving fyri syndir tínar hvønn dag, tí tú syndar dagliga móti Honum.

34


Gud hevur givið tær eina samvitsku, og hon sigur tær, tá ið tú hevur gjørt okkurt skeivt (Róm. 2.15). Tað er umráðandi, at tú lurtar eftir samvitskuni, tí Gud talar við henni. Vilt tú ikki lurta og letur sum einki, so doyvir tú samvitskuna, og sum frá líður, verður lættari og lættari at gera ímóti henni, og at enda hoyrir tú hana ikki longur (Áp. 24.16). At játta, at tú hevur gjørt okkurt skeivt, og at biðja um fyrigeving er ikki tekin um veikleika; nei, tað er tekin um styrki. Ver tí altíð fúsur at biðja um fyrigeving og at fyrigeva, um onkur ger okkurt skeivt móti tær (Luk. 6.37).

HVUSSU OFTA SKAL EG FYRIGEVA?

Einaferð spurdi Pætur Jesus (Matt. 18.21-22): „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“ Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.““ Pætur mundi halda, at 7 ferðir var ríkiligt, men Jesus svaraði – ikki 7 ferðir, men 70 ferðir 7 ferðir – tað er 490 ferðir. Jesus sigur við øðrum orðum, at hvørja ferð onkur biður teg um fyrigeving, skalt tú fyrigeva.

HIN ÓNDI TÆNARIN

Jesus segði lærisveinum Sínum líknilsi (Matt. 18.23-35) um ein kong, sum fór at gera upp, hvat tænarar hans­ara skyldaðu honum. Tá var tað ein, sum skyldaði konginum 10.000 talentir. Hetta vóru nógvir pengar – okkurt um 50 milliónir krónur í okkara peningi. Men hesin tænarin hevði einki at gjalda við, so kongurin beyð, at tænarin skuldi selja alt, sum hann átti – eisini konuna og børnini – og at hann skuldi gjalda skuld sína. Tá fall tænarin niður fyri harra sínum og bønaði hann um at hava tol við sær, so skuldi hann gjalda honum alt. Tá tykti konginum hjartaliga synd í honum, og hann gav honum skuldina eftir. Men tá ið hesin sami tænarin fór út, hitti hann ein, sum hann arbeiddi saman við. Hesin skyld­aði honum 100 denarar – tað er okkurt um 70 krónur í okkara peningi. Tænarin legði á samtænara sín, tók um hálsin á honum – sum ætlaði hann at kvala hann – og bað hann gjalda tað, sum hann skyldaði honum. Samtænarin fall niður fyri honum og bað hann hava tol við sær, so skuldi hann gjalda honum; men tænarin vildi ikki bíða og læt sam­tænaran seta í fongsul, til hann hevði goldið tað, sum hann skyldaði honum.

35


Tá ið kongurin frætti, hvussu tænarin hevði borið seg at móti samtænara sínum, segði hann við hann (Matt. 18.32-33): „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg. Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“ Og hann var illur og læt hann bøðlunum í hendur, til hann hevði goldið alt, ið hann skyldaði honum.

MÍNAR SYNDIR

Og Jesus sigur (Matt. 18.35): „Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“

TANN, IÐ TRÝR Á JESUS, HEVUR FINGIÐ FYRIGEVING

Tá ið Jesus doyði á Golgata krossi, tók Hann alla heimsins skuld á Seg. Hann leið og doyði fyri tína synd, og Hann bað enntá Faðir Sín fyrigeva teimum, ið krossfestu Hann. Bíblian sigur (Kol. 2.13-14): „Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara og út­strikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.“

HVAT LÆRDI EG Í DAG • Góði Gud. Hjálp mær at biðja um fyrigeving og at fyrigeva øðrum!

VERS AT HUGSA UM „Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.“ Kolossebrævið 3.13

36


SETNINGUR

Spurningar

9

Les setningin – Fyrigeving – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvussu ofta vil Gud, at tú skalt fyrigeva, um onkur syndar móti tær?

 eina ferð um vikuna  sjey ferðir um dagin  hvørja ferð

2. Hví skalt tú lurta eftir samvitskuni?

 tí Gud talar við henni  tí so verður tað lættari og lættari at gera ímóti henni  tí so hoyrir tú hana ongantíð aftur

3. Hvussu nógv skyldaði hin óndi tænarin konginum?

 eina talent – ella umleið 5.000,00 kr.  tíggju talentir – ella umleið 50.000,00 kr.  tíggju túsund talentir – ella umleið 50.000.000,00 kr.

4. Hvussu nógv skyldaði samtænarin hinum ónda tænaranum?

 hundrað denarar – ella umleið 70 kr.  túsund denarar – ella umleið 700 kr.  tíggju túsund denarar – ella umleið 7000 kr.

At hugsa um: • Skal eg fyrigeva heldur enn at hevna? • Kann Gud fyrigeva alt? • Hvussu væl dugi eg at fyrigeva?

37


SETNINGUR

10

Bestu vinir Jesus segði: „Tykkum havi Eg kallað vinir…“ Jóh. 15.15

A NDA LIG A LÍ V I Ð „Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.“ Jóhannes 15.5

Les: Jóhannes 14. kapitul, vers 15-21; og kapitul 15, vers 5-12 .

„LIVIÐ Í ANDANUM!“

Orð Guds áminnir tey, sum hava trúð á Hann, um at liva í Andanum (Gal 5.16). Tað andaliga lívið kann vera trupult at lýsa, tí tað er ikki ítøkiligt. Tú kanst ikki nema við tað ella avmynda tað við fartelefonini, tí tað er í tínum hugaheimi og í tínum samfelagi við Gud. Men kortini hevur tað andaliga lívið stóra ávirkan á, hvussu tú livir títt dagliga lív. Andaliga lívið verður myndað av tí, sum tú lesur, sært, hoyrir og upplivir. Alt hetta er so við til at mynda tín hugburð til ymisk viðurskifti í lívinum, sum aftur ávirka títt dagliga lív. Tú, sum trýrt á Jesus, skalt tí taka tað andaliga lívið í størsta álvara og ansa eftir, at tú røkir tað væl.

HVUSSU TÚ RØKIR TAÐ ANDALIGA LÍVIÐ

Ta løtu, tú vart frelstur, tók Gud bústað í tær, og sum barn Guds ert tú í tí hepnu støðu, at tú kanst røkja títt andaliga lív á mangan hátt: Lív Jesusar vísir tær, hvussu Harri og Frelsari tín livdi, og hvussu Hann vil, at tú skalt liva (Jóh. 14.21).

38


Bíblian sigur tær, hvussu Gud er, og hvørjar ætlanir Hann hevur við tínum lívi (Sálm. 119.105). Hon gevur tær nógvar frásagnir um, hvussu Gud virkaði í lívinum hjá mongum persónum, ið tú kanst nýta sum fyridømi. Hon minnir teg eisini á at minnast tey, ið lærdu teg um Jesus, so tú kanst gera sum tey og fylgja trúgv teirra (Hebr. 13.7). Bøn – (dagliga lívið og samfelagið við Jesus) – gevur tær høvi at tosa við Gud um alt, sum hendir í tínum lívi (Fil. 4.6). Samkoman er andaliga heimið, har tú og onnur trúgvandi saman søkja tykkara Harra og Frelsara og stuðla hvør øðrum í øllum lívsins viðurskiftum (Hebr. 10.23-25). Andaligar bøkur, sangir, fløgur, filmar, leikir o.a. kunnu verða tær til lærdóm og uppbygging, so andaliga lív títt verður styrkt.

TÚ Í JESUSI OG JESUS Í TÆR

Tað er umráðandi, at tú, sum trýrt á Jesus, letur teg ávirka av tí, sum gott er. Tí tú ert kallaður til at liva eitt lív, ið ber góðan ávøkst. Tað vil siga, at tú roynir við Guds hjálp at gera góð verk, har tú ert (Jóh. 15.16). Tað megnar tú ikki í egnari styrki. Styrkin, hugurin og vísdómurin til at gera hesi góðu verk koma við, at tú livir í samfelagi við Jesus – hetta verður nevnt ávøkstur Andans (Gal. 5.22-23). Hesin ávøkstur kemur bert við at liva saman við Jesusi og at vera hugtikin av Honum: • Fylg fyridømi Jesusar. • Les og grunda á Bíbliuna. • Søk Gud í bøn og tilbiðjan. • Lær av lívinum hjá øðrum trúgvandi. • Søk samfelag og vinalag við onnur trúgvandi. Gloym ikki, at tú ert í Jesusi, og Hann er í tær. Liv í samfelagi við Gud, og lat Heilaga Andan leiða teg eftir vilja Guds, so tú bert góðan ávøkst, har tú ert.

ÁVIRKANIN AV TÍ ANDALIGA LÍVINUM

Livir tú í samfelagi við Gud og ert hugtikin av Honum, so verður lív títt ávirkað soleiðis, at tú gert tað, sum gott og rætt er.

39


Velur tú heldur at vera hugtikin av øðrum so sum: bókum, fløgum, filmum, telduspølum, ítrótti o.s.fr, so kemur hetta at stýra tínum lívi. Gloymir tú samfelagið við Gud og misrøkir andaliga lívið, so fer annað, sum frá líður, at hava eina neiliga ávirkan á títt andaliga lív. Tá hendir tað syrgiliga, at ávirkan Guds ígjøgnum Heilaga Andan minkar, og so líðandi fert tú at gerast meiri sjálvsøkin, og verk tíni verða hvørki tær ella øðrum til signing. Nei, ger heldur sum Móses, sum valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd. Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini. „Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljóssins! Ávøkstur ljóssins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika. – Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!“ Efesusbrævið 5.8-10

HVAT LÆRDI EG Í DAG

VERS AT GLEÐAST UM

• Andaliga lívið er lívið í Gudi. Vil eg liva fyri Jesus, so má eg lata Hann liva í mær.

„Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum.“ Jóhannes 14.20

40


SETNINGUR

SPURNINGAR

10

Les setningin – Andaliga lívið – og svara so spurningum 1-4. Eitt svar er rætt. Set kross við rætta svarið. 1. Hvat er tað andaliga lívið?

 tað er lívið saman við Gudi  tað er lívið uttan Gud  tað er eitt ævintýr 2. Hvussu røkir tú tað andaliga lívið?

 við at sóla tær og lata teg í vøkur klæðir  við at stríðast sjálvur fyri ongantíð at gera nakað skeivt  við at vera hugtikin av Jesusi og lata Hann liva í tær

3. Hvat av hesum er rætt?

 ein trúgvandi er í Jesusi, og Jesus er í honum  ein trúgvandi skal royna at liva andaliga lívið sjálvur  ein trúgvandi ger altíð tað, sum er rætt

4. Hvør valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds?

 Lot  Móses  Jónas

At hugsa um: • Hvørjum eri eg hugtikin av? • Hvørja ávirkan havi eg á onnur? • Hví eri eg ikki altíð hugtikin av Jesusi?

41


VIテ信ERKINGAR

42


43


44


45


W W W. Z A R E P TA . FO

46


Bestu vinir 13 ár