NámXtíðindi 2012/2013 nr. 2

Page 19

19

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Akt-lærari, Gitte Klein svarar spurningum Gitte Klein starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Eisini er Gitte Akt-lærari (atferð, kontakt og trivnaður). Í løtuni tekur Gitte eina Master í positivari sálarfrøði. Gitte hevur sett seg inn í, hvussu telduspøl og teldunýtsla ávirka børn og ung. Í tí sambandi hevur hon hildið nógvar fyrilestrar kring landið.

Vit hava sett henni nakrar spurningar: Broyta spøl atburð okkara? Børn skilja ikki imillum, hvat er heilaspuni, og hvat er veruleiki. Ein kanning varð gjørd við 6 ára gomlum børnum. Í kanningini sóu børnini ein film, har ein kona fór inn í eitt rúm. Í rúminum var ein bamsa. Konan byrjaði at sláa og skelda bamsuna, og tað sóu børnini. Aftaná vórðu børnini koyrd inn í rúmið við bamsuni. Børnini gjørdu júst tað sama sum konan, og

byrjaðu at sláa og skelda bamsuna. Kanningin vísir, at børn taka ting, sum tey síggja onnur gera, til sín, og gera tað sama. Tá dreingir tapa í spølum, vera teir illsintir og áleypandi. Dreingir eru illsintir og áleypandi leingi aftaná, teir hava spælt spøl sum t.d. World of Warcraft og Call of Duty.

Eru børn, sum spæla spøl sum Sims, Fifa og Minecraft meir skapandi enn børn, ið spæla spøl sum Grand Theft Auto, World of Warcraft og Call of Duty? Fifa sum dømið. Tað, sum eyðkennir spælið er, at tú spælir ein ella tveir dystir, og so er tað liðugt. Spæl sum WOW (World of Warcraft) endar aldrin, og tí nýtir tú eisini meiri tíð at spæla tað. Tá tú nýtir nógva tíð til eitt spæl, hevur tú ikki tíð til at vera úti, og ikki tíð til at vera skapandi. Kanning varð gjørd, har Fifa og Call of Duty vórðu sett

upp ímóti hvør øðrum. Nakrir dreingir vórðu settir at spæla Call of Duty í 30 minuttir, og nakrir at spæla Fifa í 30 minuttir. Tá teir høvdu spælt, vórðu teir tiknir inn í eitt rúm til eina samrøðu. Ímeðan samrøðan var, skumpaði onkur eitt glas við blýantum á gólvið. Fifa dreingirnir skundaðu sær at hjálpa og taka glasið upp aftur. Call of Duty dreingirnir gjørdu einki.

Hvat heldur tú um, at børn á 10 ára aldri spæla spøl sum Grand Theft Auto, WOW og Call of Duty? Tað er ótrúliga langt úti. Eg haldi, at foreldur skulu byrja at hugsa seg um og fylgja betur við, hvat børn teirra gera. Børn hava als ikki brúk fyri at fylla seg við tingunum, sum tey fáa av harðligum spølum. Nógv onnur ting skulu fáast uppá pláss, tá tú ert 10 ár. Foreldur skulu avmarka, hvussu nógva tíð børnini sleppa at brúka til spøl.

Hvat heldur tú um, at foreldur keypa børnum sínum spøl í jólagávu? Um tey keypa skapandi spøl, og um tey samstundis hugsa sum foreldur, og ikki lata barnið sita leingi og spæla, er tað í lagi. Men um tey lata barnið sita leingi, gongur tað út yvir vinir, skúla og annað. Um barnið t.d. situr á kamarinum allan dagin og spælir spøl. At foreldur keypa børnum sínum ótespilig spøl í jólagávu, hoyrir ongastaðni heima. Børnini skulu nokk uppliva ógvislig og ótespilig ting, tá tey gerast eldri. Tað skulu tey ikki, tá tey eru ung! Tað fer nokk ikki at broytast, at børn spæla telduspøl. Men um eitt foreldur hevur ætlanir um at keypa barni sínum eitt telduspæl í jólagávu, hvat spæl hevði tú so viðmælt viðkomandi at keypt barni sínum? Um barnið er undir skúlaaldur, skalt tú ikki keypa tí eitt

spæl í jólagávu, tí spøl órógva innlæringina hjá barninum. Um eg hevði keypt eitt spæl, hevði tað verið eitt spæl sum Fifa, har tú spælir eina løtu, og so fer út t.d. at royna onkra fintu, sum tú hevur gjørt í spælinum. Tá hevur barnið eisini tíð at vera skapandi.

Hvørji ráð gevur tú foreldrum/børnum á foreldrafundum og í skúlahøpi? Eg haldi, tað er umráðandi, at foreldrini fylgja við, hvat børnini gera á alnótini. So míni ráð til foreldur eru hesi: 1. Børn skulu ikki hava teldu og sjónvarp á kamarinum; so latið heldur telduna standa í køkinum/stovuni, soleiðis at tit síggja, hvat børnini gera. 2. Avmarkið tíðina, sum barnið sleppur at sita um dagin. Í mesta lagi ein tíma um dagin. 3. Virðið aldursmørkini, sum spølini hava. Tey eru har av eini orsøk.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.