__MAIN_TEXT__

Page 1

TRYGGING OG EFTIRLร˜N Maskinmeistarafelagiรฐ


Maskinmeistarafelagið Grønlandsvegur 58 Postsmoga 3238 FO-110 Tórshavn Tel. Fax.

+298 31 47 18 +298 31 85 19

Teldupostur: mf@mf.fo Heimasíða: www.mf .fo Skrivstovutíð: Mánadag til fríggjadag kl. 9.00-16.00 Ólavur Gunnarsson, formaður og@mf.fo fartlf. +298 21 77 18


Innihaldsyvirlit Almennar treytir Rita inn á liv.fo Á heimasíðu okkara finnur tú kundaportalin “Mítt LÍV”. Tú ritar inn við at nýta p-tal og loyniorð, sum vit hava sent tær í brævi við innliman. Hevur tú ikki loyniorðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við LÍV.

Innliman . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 Kundaportalurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Víðkan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 Afturkeyp . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 Skattur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Treytir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Úr starvi / farloyvi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Framhaldsstrygging . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Gjaldsskái . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Hvílandi trygging . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 Farloyvi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 Inngjaldstrygging . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11

Tryggingar Við deyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ávísar hættisligar sjúkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Hoyritól . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Upphæddir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

13 13 13 14

Eftirløn LÍVPensjón . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Íløgur og avkast . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Íløgurøkt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Útgjald . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Við deyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

17 18 18 20 20

Ráðgeving Kundaportalurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23 Ráðgevar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24


Almennar treytir


Innliman Avtalan er galdandi fyri virknar limir í Maskinmeistarafelagnum og fevnir um trygging og eftirløn. Avtalan tekur við, tá tú byrjar í starvi: Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsgevarin váttar títt arbeiðsførið við innliman Fyri limir, ið hava serliga læknaváttan fyri sjófólk, er ikki neyðugt við aðrari váttan um arbeiðsføri.. Tryggingin er galdandi fram til tú fyllir 67 ár, verður meldaður úr skipanini, ella fer úr starvi.

5


Kundaportalurin Her finnur tú eitt yvirlit, sum greinar tíni viðurskifti, í samband við eftirløn og trygging.

Aftanfyri hvørja upphædd á yvirlitinum er ein e-knøttur. Við at trýsta á knøttin, fært tú nærri greining í samband við upphæddina. Á kundaportalinum fært tú skjótt og greitt yvirlit yvir øll tíni viðurskifti í samband við eftirløn og trygging.

Kundaportalin finnur tú á heimasíðuni www.liv.fo undir varðanum ”MÍTT LÍV”. Tú ritar inn við p-tali og einum loyniorði, sum er sent til tín við innliman. Tá tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú biðin um at skráseta teldubústað og áseta títt egna loyniorð. Eftir hetta fært tú ein teldupost frá okkum, sum váttar nýggja loyniorðið. Hevur tú ikki loyniorðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

6


7


Víðkan

Afturkeyp

Ynskir tú at tekna hægri tryggingingarupphædd, enn hana, ið fakfelagið hevur gjørt avtalu um, stendur tær í boði at tekna eina ískoytistrygging á einstaklingagrundarlagi.

Sambært Eftirlønarlógini frá 1. januar 2014, eru inngjøld eftir henda dag bundin fram til pensjónsaldur. Inngjøld innan 1. januar 2014, hava aðrar ásetingar. Hesi fylgja upprunaligu eftirlønaravtaluni og Rentutryggingarlógini.

8


Skattur

Treytir

Eftirlønarinngjøld í tíðarskeiðnum undan 1. januar 2012 eru óskattaði og verður frároknað avgjald/skattur við útgjald í tráð við ásetingar í Rentutryggingarlógini.

Afturat ásetingum í hesum sáttmála kemur avtalan undir almennar tryggingartreytir hjá LÍV, tryggingartreytir fyri samlagstrygging, tryggingartreytir fyri “ávísar hættisligar sjúkur”, lóg um tryggingaravtalur, eftirlønarlógina og aðrar viðkomandi lógir á økinum.

Eftirlønarinngjøld í tíðarskeiðnum eftir 1. januar 2012 eru skattað við inngjald. Sostatt verða tryggingarútgjøld og elliseftirløn, sum stavar frá inngjøldum eftir omanfyri nevna dag útgoldin skattafrítt.

9


Úr starvi/ farloyvi Framhaldstrygging Um farið verður úr skipanini, ber til at tekna persónliga framhaldstrygging. Verða upphæddirnar ikki hægri enn ásettu upphæddir í hesari avtalu, er ikki neyðugt at lata nýggjar heilsuupplýsingar í hesum sambandi. Støða til framhaldstrygging má takast í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at tú ert farin úr skipanini. Gjaldið fyri persónligu tryggingina verður ásett á einstaklingagrundarlagi í mun til tín aldur, tá tryggingin verður teknað. Nýggjur arbeiðsgevari kann eisini halda fram at rinda til skipanina.

10

Gjaldsskái Um inngjaldið steðgar t.d. í samband við farloyvi, verður gjaldskái veittur upp til eitt ár við óbroyttum tryggingarparti. Gjaldið fyri tryggingar verður mótroknað í uppsparda virðinum á tínari eftirlønartrygging. Gjalsskái kann bert veitast, um pláss er fyri tryggingargjaldinum í uppsparda virðinum. Eftir at gjaldskái er veittur í 1 ár, verður tryggingin sett í hvílistøðu. Ynskir tú ikki at eftirlønaravtalan verður sett í gjaldsskáa, kanst tú velja, at tryggingin verður sett í hvílistøðu ístaðin. Hetta verður fráboðað LÍV.


Hvílandi trygging

Farloyvi

At eftirlønaravtalan verður sett í hvílistøðu merkir, at trygging við deyða, vegna ávísar hættisligar sjúkur og ískoytið til hoyritól fellur burtur

Fert tú í ólønt farloyvi, ber til at halda fram við tryggingini fyri egna rokning. Hetta verður avtalað við fakfelagið í hvørjum einstøkum føri.

Eftirlønin heldur tó fram at savna rentu og verður útgoldin við eftirlønaraldur.

Inngjaldstrygging Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, verður veitt gjaldsundantøka aftaná tríggjar mánaða óarbeiðsføri. Hetta merkir, at LÍV rindar inn eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur ella við deyða áðrenn. Upphæddin, sum LÍV rindar inn er tann sama, sum tú rindaði, tá gjaldsundantøkan byrjaði. Upphæddin verður ikki dýrtíðarviðgjørd. Tryggingarparturin er framhaldandi virkin í gjaldsundantøku skeiðnum. .

11


Tryggingar


Við deyða

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður uttan mun til um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku. Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður, um tú ella børn hjá tær undir 18 ár verða rakt av ávísari hættisligari sjúku.

Upphæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, um onnur skriftlig avtala ikki er gjørd við LÍV. ”Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu hjúnafelagin. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børn tryggingartakarans (lívsarvingar). Um eingi børn eru, verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Tryggingarupphæddin verður útgoldin í einum.

Ynskist upphæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Tryggingin verður útgoldin uttan um búgvið og uttan um møgulig ognarkrøv.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum, sum liggja á heimasíðuni www.liv.fo.

Hoyritól Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV. Lív rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin. Endurgoldið verður í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið

Hjúnafelagi/sambúgvi Doyr hjúnafelagi/sambúgvi* verður hálv tryggingarupphædd útgoldin. *Sambúgvi: Hava búð saman sum í hjúnalagi, á sama bústaði, uttan íhald tvey tey seinastu árini.

13


Upphæddir Samlagstrygging Trygging við deyða: • til og við 50 ár kr. 800.000.lækkar síðan kr. 25.000,- árliga til: • við 66 ár kr. 400.000,• Hjúnafelagi/sambúgvi: Helmingurin av nevndu upphæddum. Ávísar hættisligar sjúkur: • Ávísar hættisligar sjúkur, limir • Ávísar hættisligar sjúkur, børn

kr. 150.000,kr. 150.000,-

Hoyritól Í mesta lagi kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

14


15


Eftirløn

16


5% LÍVPensjón

Sambært sáttmála, er tað arbeiðsgevarin sum rindar inn til tína persónligu eftirløn. Eftir eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum, er tað fløvandi at njóta ágóðan av einum longum arbeiðslívi. Elliseftirlønin gevur tær grundarlag til eitt framhaldandi virkið lív soleiðis, at tú kannst náa tínum ætlanum og dreymum. Eftirlønin verður sett í LÍVpensjón, sum hevur ein umsitingarkostnað á 5% av inngjaldinum og eitt árligt grundgjald á kr. 300.

17


Marknaðarrenta

Íløgur og avkast

Íløgurøkt

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. Stórur dentur er lagdur á, at finna rættað lutfallið millum tryggaru og váðafúsu íløgurnar. Umhugsni, og lágur kostnaður av íløgurøkt tryggjar, at peningurin verður umsitin á skynsaman hátt.

Stóra eftirlønaruppsparingin, sum LÍV umsitur, gevur møguleikar at gera góðar avtalur á virðisbrævamarknaðinum. Í 2018 var íløgukostnaðurin í mun til samlaðu uppsparingina 0,38%.

18


0,38% Lívlagað eftirløn

57 ár

67 ár

Fyri at minka um váðan fram ímóti pensjónsaldrinum, verður váðafúsi íløguparturin støðugt niðurskrivaður seinastu 10 árini. Myndin omanfyri lýsir íløgusamansetingina fram ímóti pensjónsaldrinum.

19


12% Elliseftirløn

Við deyða

Við eftirlønaraldur verður útgoldið sambært niðanfyri standandi ásetingum í eftirlønarlógini.

Við deyða í inngjaldingartíðini, verður uppsparingin útgoldin til næsta avvarandi uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Ásetingar í eftirlønarlógini við gildi frá 01.01.2014.

• Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting. Lívrentan verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi. Fellur burtur, tá viðkomandi doyr • Í mesta lagi 55% kann útgjaldast sum lutaeftirløn. Útgoldið verður mánaðarlig í eins stórum lutum, yvir eitt avtalað áramál, sum í minsta lagi er 10 ár. • Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, sum verður útgoldið í einum. Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur, kunnu í staðin, sbrt. § 9, stk. 2, upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða útgoldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin. Nevndu upphæddir verða dýrtíðarviðgjørdar á hvørjum ári.

20


Lívrenta

Lutaeftirløn

Kapitalútgjald

Minst 45%

Mest 55%

Mest 15%

Í minsta lagi 45% av samanspardu eftirlønini skulu gjaldast út sum Lívrenta. Verður útgoldin mánaðarliga, frá tú fyllir 67 ár, og so leingi tú ert á lívi.

Í mesta lagi 55% av samanspardu eftirlønini kann gjaldast út sum lutaeftirløn. Verður útgoldin mánaðarliga í eins stórum lutum yvir í minsta lagi 10 ár.

Í mesta lagi 15% av samanspardu eftirlønini kann gjaldast út sum kapitalútgjald, ið verður goldið út í einum.

Tríggir partar Við atlitið til omanfyri nevndu ásetingar kanst tú býta tína elliseftirløn í tríggjar partar, tá útgjaldið byrjar.

67 ár

77 ár

Lívrenta Lutaeftirløn Kapitalútgjald

21


Rรกรฐgeving

22


Kundaportalurin Hevur tú spurningar ella er okkurt ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

Á kundaportalinum sært tú, hvussu tín eftirløn er samansett, og hvørjar tryggingar, tú hevur. Tú fært eisini fylgt við inngjøldum og útgjøldum, umframt, at brævasamskiftið frá LÍV er tøkt her. Tað er her, at tú fært eitt skjótt og greitt yvirlit yvir øll tíni viðurskifti. Tú er eisini vælkomin at seta teg í samband við ein av okkara ráðgevum

Á heimasíðuni www.liv.fo finnur tú yvirlit, ið vísir hvørji vit eru, sum starvast á LÍV.

23


Ráðgevar

Dan Joensen Tel. 21 19 50 dan@liv.fo

24

Gunnvør Dam Jensen Tel. 21 14 13 gunnvor@liv.fo

Viviann Petersen Tel. 23 11 73 viviann@liv.fo


Fyrivarni: Eru upplýsingar í hesum faldara ikki í tráð við nýggjastu tryggingaravtaluna millum fakfelagið og LÍV, eru tað ásetingar í tryggingaravtaluni, sum eru galdandi. Dagførdar tryggingartreytir eru at finna á www.liv.fo. Web-faldari: Vers.01.01.19


Kopargøta 1 P.O. Box 206 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 31 11 11 Fax +298 35 11 10 www.liv.fo liv@liv.fo

Profile for LÍV HOLDING

Maskinmeistarafelagið  

Trygging og eftirløn í samstarvi við LÍV

Maskinmeistarafelagið  

Trygging og eftirløn í samstarvi við LÍV

Profile for liv1967