Page 1

TRYGG PENSJÓN


PENSJÓN Vit hava skipað pensjónspartin soleiðis, at hesin er einfaldur at umsita. Okkara arbeiðsháttur og sparsemi í fyrisiting tryggjar tær ein lægri kostnað, eitt betri avkast og harvið eina hægri pensjón. Vit ynskja fult gjøgnumskygni og dylja ikki umsitingargjaldið. Fyri okkara marknaðarrentuavtalur er umsitingargjaldið 6% av árliga inngjaldinum + eitt árligt grundgjald á kr. 300. Inngjaldstrygging Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira áðrenn fráfaringar­ aldur, spara vit upp til tína eftirløn fyri teg. Eftir 3 mánaða óarbeiðsføri heldur LÍV fram við tínum inngjaldi, so leingi óarbeiðsføri stendur við, - og um neyðugt heilt fram til pensjóns­aldur.

Sostatt hevur tú vissu fyri, at inn­ gjaldið til tína pensjón ikki brádliga steðgar, um óarbeiðsføri rakar í eitt longri tíðarskeið. Inngjald og skattur Tað verður goldin 40% eftirlønarskattur av inngjaldinum, og út­ gjaldið er sostatt skattafrítt. Inngjøld fram til 1. januar 2014 – og rentan av hesum virði – fylgja teimum avtalum um útgjald, sum gjørdar eru frammanundan. Útgoldið verður í tráð við ásetingarnar í Rentutryggingarlógini. Við deyða Við deyða áðrenn eftirlønaraldur verður samansparda virðið út­ goldið til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.


Útgjald Við gildi frá 1. januar 2014 fingu vit nýggja Eftirlønarlóg. Áseting­ar­nar fyri útgjald eru soljóðandi:

Lívrenta

Lutaeftirløn

Kapitalútgjald

Minst 45%

Mest 55%

Mest 15%

Í minsta lagi 45% av samanspardu eftirlønini skulu verða útgoldin sum Lív­renta. Hetta verður goldið út mánaðarliga, frá tú fyllir 67 ár, og so leingi tú ert á lívi.

Í mesta lagi 55% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum Lutaeftirløn, ið verður goldin út í eins stórum lutum mánaðar­ liga í eitt tíðarskeið, sum er minst 10 ár.

Í mesta lagi 15% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum kapitalútgjald, ið verður goldið út í einum.

Er samlaða eftirlønarsamansparingin minni enn kr. 400.000 kunnu upp til kr. 60.000 verða rindaðar í einum, og restin verður goldin út við upp til kr. 2.500 um mánaðin, til alt er útgoldið.

Tríggir partar Galdandi eftirlønarlóg gevur tær møguleika at býta tína pensjón í tríggjar partar, tá út­gjald­ið byrjar: Lívrenta, Lutaeftirløn og Kapitalútgjald.

67 ár

77 ár

Lívrenta Lutaeftirløn Kapitalútgjald

TRYGG PENSJÓN | 3


LÍVSTRYGGING Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar í einum stórum felags bólki. Hetta gevur betri javnvág, tá hugsað verður um skaða­gongd og prísáseting.

Hjá okkum fær kundin ágóðan, tá avlop er í bólkinum. Grundað á samansetingina hevur LÍV seinastu árini lækkað upp­ runa­liga prísin munandi.


ÓARBEIÐSFØRI Óarbeiðsføri kann raka fíggjar­liga grundar­lagið sera meint. Tí bjóða vit tær at tekna eina óarbeiðs­føris­trygging, sum við einum mánaðar­ ligum útgjaldi kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til. Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir, at óarbeiðsføri er stað­fest.

Ávísar hættisligar sjúkur Fyri at lætta um fíggjarliga um tú ella børn hjá tær verða rakt av ávísum hættisligum sjúkum, bjóða vit eina trygging, sum gevur rætt til útgjald eftir nærri ásettum reglum. Ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er tú, sum gert av, hvussu upphæddin verður brúkt. Tryggingin fevnir um børn upp til 18 ára aldur. Á heimasíðu okkara liv.fo sært tú, hvørjar sjúkur/sjúkuavgerðir eru fevndar av tryggingini, og hvørjar reglurnar eru fyri útgjald.

Viðgerðartrygging Til tín, sum ynskir ein alternativan møguleika, tá viðgerðartilgongdin gerst ov long. Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta við­gerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi. Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva. LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Mølholm Forsikring í Danmark. Nærri ásetingar og treytir finnur tú á heimasíðuni mølholm-forsikring.dk. TRYGG PENSJÓN | 5


Rita inn á liv.fo Sum kundi hjá LÍV ritar tú inn við at nýta P-tal og loyniorð, sum vit hava sent tær í brævi.

MÍTT LÍV Fyri at skapa gjøgnumskygni hava vit ment ein portal, sum vísir, hvørjar avtalur tú hevur við LÍV, og hvussu hesar eru skipaðar. Innlit

Tá tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú biðin um at skráseta teldu­bústað og fáa tær títt egna loyniorð. Eftir hetta fært tú ein teldu­post frá okkum, sum váttar nýggja loyni­orðið. Teldubústaðurin verður eisini brúktur, um tú gloymir títt loyni­orð.

Tú fært millum annað innlit í pensjónsuppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Ein hurð til tínar upplýsingar gevur tær lætta at­gongd og sam­stundis fult innlit. Finnur tú ikki loyniorðið, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.


TAÐ ER LÆTT AT BYRJA

Lívstrygging

15-49 ár

50-54 ár

55-66 ár

Mánaðargjald

Dømi 1

500.000 kr.

400.000 kr.

300.000 kr.

100 kr.

Dømi 2

750.000 kr.

600.000 kr.

450.000 kr.

150 kr.

Ávísar hættisligar sjúkur

Starvsfólk Barn

Mánaðargjald

Dømi 1 Dømi 2

125.000 kr 200.000 kr.

62,50 kr. 100 kr.

125.000 kr. 150.000 kr.

Óarbeiðsføristrygging Árlig veiting Mánaðargjald 92.800 kr. 390 kr.

TRYGG PENSJÓN | 7


Kopargøta 1 | 100 Tórshavn | Tel. 31 11 11 | liv@liv.fo

www.liv.fo

TRYGG PENSJÓN  

Vit hava skipað pensjónspartin soleiðis, at hesin er einfaldur at umsita. Okkara arbeiðsháttur og sparsemi í fyrisiting tryggjar tær ein læg...

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you