Page 1

STARVSFÓLKATRYGD


Rita inn á liv.fo Sum kundi hjá LÍV ritar tú inn við at nýta P-tal og loyniorð, sum vit hava sent tær í brævi. Tá tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú biðin um at skráseta teldu­ bústað og fáa tær títt egna loyniorð. Eftir hetta fært tú ein teldu­post frá okkum, sum váttar nýggja loyni­orðið. Teldubústaðurin verður eisini brúktur, um tú gloymir títt loyni­orð.

MÍTT LÍV Fyri at skapa gjøgnumskygni hava vit ment ein portal, sum vísir, hvørjar avtalur tú hevur við LÍV, og hvussu hesar eru skipaðar. Innlit Tú fært millum annað innlit í pensjónsuppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Ein hurð til tínar upplýsingar gevur tær lætta at­gongd og sam­stundis fult innlit.


LÓGARKRAVD UPPSPARING Eftirlønarlógin ásetti frá 1. januar 2014 eitt bundið inngjald til eftir­løn komandi árini. Byrjað verður við 1% fyri at enda við eini upp­sparing á 15% av lønarinntøkuni. Í 2016 var eftir­ lønar­gjaldið framhaldandi 2%, meðan tað eina prosentið fór í sam­haldsfasta. Fyri 2017 er gjaldið 3%.

Tíðarlinja 15%

1% 2014

2016 

2029

Fakfelagslimir fylgja sáttmálasetta pensjónsinngjaldinum.

Tá tú flytur løn, ásetur tú tína eftirlønarkontu at vera 9181-4788984 So stovna vit starvsfólkið sum kunda og harvið eigara av LÍV.


FÍGGJARLIGT TRYGDARNET Trygd hevur stóran týdning fyri einstaka starvsfólkið. Sum arbeiðsgevari kanst tú gerast virkin partur í hesum trygdarneti við at tekna eina felagstrygging fyri tíni starvsfólk. Vit bjóða tær at tekna eina felagstrygging, sum kann fevna um: •

Lívstrygging

Trygging í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur

Óarbeiðsføristrygging

Viðgerðartrygging

Viðgerðartrygging Okkara tryggingarskipan skapar trivnað og trygg­leika hjá starvsfólkinum.


TAÐ ER LÆTT AT BYRJA

Lívstrygging

15-49 ár

50-54 ár

55-66 ár

Dømi 1 Dømi 2

500.000 kr. 400.000 kr. 300.000 kr. 750.000 kr. 600.000 kr. 450.000 kr.

Mánaðargjald 100 kr. 150 kr.

Ávísar hættisligar sjúkur

Starvsfólk Barn

Mánaðargjald

Dømi 1 Dømi 2

125.000 kr 125.000 kr. 200.000 kr. 150.000 kr.

62,50 kr. 100 kr.

Óarbeiðsføristrygging Árlig veiting Mánaðargjald 92.800 kr. 390 kr.

STARVSFÓLKATRYGD | 5


VIÐGERÐARTRYGGING Slepp undan bíðirøð, sum leingir sjúkufráveruna. Tá sjúka rakar, verður virksemið rakt dupult, um starvs­fólkið ikki fær viðgerð beinanveg. Vit uppliva ov ofta, at sjúkra­ viðgerðin gerst ov drúgv orsakað av bíðilistum. •

Tryggjar skjóta og dygdargóða viðgerð.

Gevur atgongd til sjúkuavgerð, skurviðgerð ella aðra hóskandi viðgerð.

Er teknað í samstarvi við Mølholm Forsikring, sum veitir við­gerðar­­trygd á privatsjúkrahúsi ella øðrum viðgerðar­ stovni innan 10 yrkadagar.

Meira kann lesast um hesa trygging á mølholm-forsikring.dk.


FYRIMUNIR VIÐ AT VELJA LÍV Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan. Yvirskotið verður verður borið aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á pensjónsuppsparingini. Pensjónsuppsparing og persónligar tryggingar á einum staði, sum eru leysar av øðrum fíggjarligum bindingum. Vit leggja okkum eftir at hava gjøgnum­skygni og at avmarka umsitingar­ kostnaðin í mest møguligan mun.

Set teg í samband við okkara ráðgevar og fá eitt óbindandi prát um tína nýggju felags­trygging.

Tommy Jacobsen Tryggingaráðgevi Tlf. 23 11 14 tommy@liv.fo

Dan Joensen Tryggingaráðgevi Tlf. 21 19 50 dan@liv.fo

STARVSFÓLKATRYGD | 7


Kopargøta 1 | 100 Tórshavn | Tel. 31 11 11 | liv@liv.fo

www.liv.fo

STARVSFÓLKATRYGD  

Trygd hevur stóran týdning fyri einstaka starvsfólkið. Sum arbeiðsgevari kanst tú gerast virkin partur í hesum trygdarneti við at tekna eina...

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you