__MAIN_TEXT__

Page 1

ÁRSFRÁGREIÐING

2017

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

1


Innihald At savna gull ............................................................................3 Visión og missión ...................................................................4 Føroya Fólks miðlasavn ........................................................4 Søgugongd fyri verkætlanina .............................................6 Pappírsparturin .......................................................................8 Ljóðparturin ............................................................................10 Sjónvarpsparturin ................................................................. 12 SavnsGull talgildar savnið hjá Føroyamálsdeildini ...... 14 SavnsGull – út til fólkið har fólkið er! .............................. 16 Fíggjarstøðan 2017............................................................... 18

Fólkið í SavnsGull í 2017 SavnsGull

Stýrisbólkur

Mass Hoydal Verkætlanarleiðari

Annika Smith Stjóri á Landsbókasavninum

Regin Davidsen Skrásetari og talgildari

Johnny í Grótinum Stjóri í Kringvarpinum

Jógvan í Toftum Olsen Talgildari

Jóhann Mortensen Tíðindafólk í Kringvarpinum

Jógvan Bjørk Skrásetari Annika Elsa Højsted Skrásetari Uni Olsen á Skúr Skrásetari Andrias Henriksen Skrásetari 2

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017


At savna gull „Eg minnist úr gomlum søgum sum móður mín segði frá, um Føroyar í gomlum døgum, hvussu føroyingar vóru tá; latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal.“ Vit kenna øll romantiska sangin eftir Rasmus Effersøe, sum heitir á okkum at ansa eftir søgu og mentan og um at geva hana víðari til komandi ættarlið.

eru tikin upp undir ymiskum umstøðum og við ymiskari góðsku, og sum tíðin gongur er vaksandi vandi fyri at bondini farast.

Savnsgull verkætlanin snýr seg um júst hetta - at varð­ veita søguligt mentanartilfar til gagns fyri komandi ætt­ arlið og framtíðar føroyska samfelagið. Kringvarpið og politiska skipanin eiga rós uppiborið fyri at taka stig til Savnsgull og at hava givið verkætlanini rímiligar karmar at arbeiða undir.

Tað er tí sera gleðiligt at Savnsgull talgildir restina av bond­un­um hjá Setrinum soleiðis at vit innanfyri eitt ár ella tvey fáa gjørt arbeiðið liðugt.

Tann 19. juni 2017 varð undirskrivað avtala millum Savns­­gull og Fróðskaparsetur Føroya um talgilding av bandasavninum á Føroyamálsdeildini. Deildin hevur stórt savn av fólkamentanarligum tilfari sum fyri stóran part er upptøkur av m.a. samrøðum, sangi og kvæðum goymt á bondum av ymiskum slag. Fróðskaparsetrið og søvn landsins skipaðu fyri innsavningum í seinnu helvt av 60 árunum og nøkur ár fram – “at bjarga tí sum bjargast kundi av føroyskari fólkamentan”, sum tikið var til. Ætlanin er at fáa savnindini talgild og harvið lætt­ari atkomilig fyri gransking og fyri almenningi. Føroya­ máls­deildin hevur talgilt ein part av savninum og hevur fyrireikað eitt nýtt kervi til goymslu og atgongd til hetta virðismikla mentanartilfar. Sjálv talgildingin er ein tíðarkrevjandi uppgáva, har tørvur er á serligari útgerð og tekniskum kunnleika. Bondini

Eg minnist frá tí fyrsta fundinum við Kringvarpið og Savns­­gull um talgilding av bondum hjá Setrinum, at Kringvarpið hevði stóran áhuga fyri søguliga ment­an­ar­ til­fari­num og hevði hugsanir um á hvønn hátt sendingar kunnu gerast til almennu Føroyar burtur úr hesum. Á sama fundi varð eisini umrøtt at granskarar á Setrinum kundu gagnnýta Savnsgull til gransking og undirvísing. Stovnarnir í Føroyum eru smáir og tí er týdningarmikið at teir samstarva. Fróðskaparsetrið miðar eftir at menna og styrkja samstarv á øllum økjum – tí bert á henda hátt kunnu vit røkka málinum um eitt dygdargott, kapp­ ing­­ar­ført universitet, ið veitir granskingargrundaðar útbúgvingar á altjóða stigi. Samstarv letur upp fyri nýggjum møguleikum. Sigurð í Jákupsstovu rektari Fróðskaparsetur Føroya SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

3


Visión Við at talgilda kringvarpssavnið skal Kringvarp Føroya verða størsta savn innan tíðindi, mentan og siðsøgu í Føroyum. Við tíðini skal almenningurin hava atgongd til savnið, og við hesum skal Kringvarp Føroya verða fremsti mentanarberi innan økið.

Missión

Missiónin er at bjarga øllum tilfari í Kringvarpssavninum. Góðskan á tilfarinum skal vera høg eins og skrásetingin. Við hesum tilfari skal Kringvarp Føroya ríka søgu, lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna, undirhalda og varðveita Føroya søgur.

Føroya Fólks miðlasavn Savnsgullið er eitt tilfeingi, sum kann menna okkara vitan, samleika og søgu um Føroyar og sum føroyingar. Kringvarpssavnið goymir ein heilt serstakan og stóran part av Føroya søgu frá 6. februar 1957 og fram til dagin í dag. Í savninum er nærum alt, sum er hent í Føroyum innan øll øki, og tað er miðlað óheft. Kringvarpssavnið fevnir um 521.179 pappírskjøl, 26.846 útvarpsbond og 13.735 sjónvarpsbond. Savnið er á goymslu í tveimum støðum: á Hjalla og í Sortudíki. Longu undan aldarskiftinum varð tosað um, at tíðin máar tilfarið í savninum, og at okkurt mátti gerast fyri at bjarga tí. Tað hevur verið drúgført at koma so langt áleiðis at farast kundi undir arbeiðið at bjarga savninum. Í 2014 vórðu lunnar settir undir verkætlanina, SavnsGull. Verkætlanin, sum skal bjarga savninum á tann hátt, at alt skal verða talgildað. Harumframt skal SavnsGull eisini standa fyri at geva almenninginum atgongd til tilfarið. Eins og undanfarnu ár hevur 2017 hilnast væl, og øll verk­ætlan­in gongur sum heild sum ætlað. Okkara søga verður varðveitt til komandi ættarlið á ein tryggan og góðan hátt.

4

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017


SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

5


Søgugongd fyri verkætlanina Tosað varð um at bjarga útvarps- og sjón­varps­savni­ num, áðrenn Kringvarpið varð sett á stovn. Longu í 2002, tá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru tveir stovnar, var skriv at lesa í Dimmalætting, at nú vóru bondini um at forfarast. Í 2010 varð í eini frágreiðing mett um savnið, m.a. varð mett um, hvat kravdist fyri at bjarga savninum: 2,7 milli­ónir um árið í 10 ár, sum hevði við sær, at ljóðbond og sjónvarpsbond kundu verða bjargað. Eitt týðandi stig at bjarga tilfarinum kom undan kavi, tá ið verklagslógin at byggja út kringvarpshúsið var fyri í fíggjarnevndini í mai 2013. Fíggjarnevndin skrivar í áliti sínum, dagfestum 3. mai 2013, soleiðis um bandasavnið: Fíggjarnevndin heldur, at nú útbyggingar verða framdar, er neyðugt samstundis at taka støðu til, hvussu bandasavnið í kringvarpinum verður varðveitt. Fíggjar­nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin til fíggj­arlógina fyri 2014 eigur at fyrireika eina skip­aða gongd, so ferð verður sett á varðveitslu av banda­ savninum frá 1. januar 2014. Landsstýrismaðurin eig­ur saman við kringvarpinum at umhugsa, um uppgávan kann bjóðast út. Eisini eigur lands­stýris­maður at umhugsa, í hvønn mun uppgávan kann gerast av fólki í vardum starvi. 6

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Í 2013 samtykti løgtingið eina eykajáttan, sum var 800.000 kr. Játtanin varð nýtt at fáa tól til vega at tal­ gilda útvarpsbondini, eins og gamlar bandmaskinur hjá út­varpinum vórðu umvældar til hetta arbeiðið. Í 2014 vórðu játtaðar 900.000 kr., so gongd kundi koma á arbeiðið at talgilda savnið. Mass Hoydal varð settur sum samskipari. Fyrsta uppgáva hansara var at fáa lýst, hvussu farast kundi til verka. Tingið játtaði eisini verkætlanini 900.000 kr. í 2015, og Mass Hoydal varð settur sum leiðari fyri SavnsGulli, sum verkætlanin varð nevnd. Tey fyrstu árini fevndi arbeiðið um at talgilda pappírs­ partin og ljóðpartin. Í 2016 varð framtíðin hjá sjón­ varps­bond­unum greið, har A. P. Møller og Hustru Chastine MCKinney Møller Fond til almene Formaal játtaði 5 milliónir krónur. Í 2017 kom gongd á at talgilda sjónvarpspartin; alt Kringvarpssavnið verður nú talgildað og varðveitt til komandi ættarlið. Nú bjargingin av savninum í Kringvarpinum er komið í eina trygga legu, hevur SavnsGull eisini tikið uppgávuna á seg at talgilda bandasavnið á Føroyamálsdeildini.


SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

7


Pappírsparturin Tíðindaskjølini - pappírsparturin - er tann mest støðuga og samansetta eindin í kringvarpssavninum. Í hesi savnseindini eru nærum øll tíðindi goymd síðani fyrstu útvarpssendingina tann 6. februar 1957 og fram til 1996, tá pappír varð skift út við teldu. Telduskipan varð brúkt undan 1996, men til ta tíð vórðu øll tíðindi prentað út og goymd sum skjøl. Øll hesi árini er nógv pappír savnað í goymsluni, ið telur væl oman fyri 500.000 pappírsskjøl. Nógv tann størsti parturin er tíðindi, men í savninum eru eisini skráir, veðurtíðindi, Koda-listar og annað tilfar úr útvarpinum. Mannagongdirnar eru nærum tær somu sum frá byrjan, tá tilfarið varð talgildað og skrásett. ARBEIÐSGONGDIN ER HENDAN: Pappírsskjølini verða tikin úr goymsluni. Tey vera OCR-

viðgjørd, uppsett til forrit, ið er gjørt til hetta arbeiðið, og tey verða skrásett og rættlisin. Forritið, ið verður nýtt til hetta arbeiðið, er tilevnað og skraddaraseymað til SavnsGull og er sett saman við øðrum forritum, so vit fáa tað rætta burtur úr arbeiðinum. Í neyvum samstarvi við KT-deildina í kringvarpinum, ið hevur gjørt forritið, hevur arbeiðið at talgilda skrivaðu tíðindini fingið eitt amboð, ið hevur stóran týdning fyri arbeiðið. Við tí arbeiðsorku og áhaldni hjá starvsfólkunum í Savns­ Gulli, er væl komið burturúr. Tað er tó ikki komið tað burt­urúr, sum væntað. Ein orsøk til hetta er manglandi arbeiðsorka.

Talgilding av pappírstíðindum 2017

Talgilding av pappírspartinum 600000 500000 400000 300000 200000 100000

jan feb mars apr mai juni juli aug sept okt nov des

Ætlan

8

Vikuuppgerð

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

0

jun-14 nov-14 apr-15 sep-15 feb-16 jul-16 des-16 mai-17 okt-17 mar-18 aug-18 jan-19 jun-19 nov-19 apr-20 sep-20 feb-21 jul-21 des-21

120000 100000 80000 60000 40000 20000 0

Ætlan

Talgildað og skrásett


SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

9


10

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017


Ljóðparturin Útvarpsbondini goyma nógvar ymiskar sendingar, eitt nú frásagnir, reportasjur, fyrilestrar, barnaútvarp og mangt annað. Í savninum eru 26.846 bond. Tað fyrsta er frá 6. februar 1957, tá útvarpið sendi fyri fyrstu ferð. Í 2001 varð seinasta ljóðbandið nýtt í Útvarpi Føroya, og síðani er alt tikið upp á teldu og talgildað. Arbeiðið at talgilda útvarpsbondini hevur hilnast væl. Manna­gongdir eru gjørdar, so tilfarið verður talgildað, skrásett, og dygdin í arbeiðinum, sum gjørt er í Savns­ Gulli, verður kannað. SUM NÚ ER, VERÐUR ARBEITT VIÐ TVEIMUM VIÐGERÐUM: Fyrsta viðgerð, sum er komin nakað áleiðis, er tann, at bondini verða tikin niður av hillini og talgildað við útgerð frá týsku fyritøkuni TUBE-TEC. Skipanin frá TUBE-TEC talgildar bondini, eins og tað verður gjørd ein lítil skráseting. Um­framt, at talgilda ljóð, verður skrivligt tilfar skannað, so spjald­ur og pappír, ið eru goymd í hylkinum, verða talgildað og goymd.

Onnur viðgerð er komin í gongd. Í henni skulu allar skrá­ setingar, ið eru gjørdar, áðrenn SavnsGull varð sett í verk, setast saman við bondtalgildingunum, skann­ing­unum og skrásetingin, ið eru gjørdar í SavnsGulli. Síðani skal tilfarið kannast, um tað er á hædd við tann standardin, ið settur verður. Hetta er ein týdningarmikil partur av ar­ beiði­num, áðrenn Føroya fólk kann fáa atgongd til tilfarið. Eins og undanfarin ár hevur 2017 hilnast væl, og samlað fyri øll árini, eru vit komin eitt sindur longur enn væntað. Tað er eisini gjørd avtala við Fróðskaparsetrið, har vit eru farin undir at talgilda bond, ið eru goymd á Føroya­ málsdeildini. Hetta arbeiðið gongst sum væntað. Í 2020 skuldi alt tilfarið á bondunum hjá Føroyamálsdeildini verið talgildað og bjargað eftirtíðini.

Talgilding av ljóðbondum 2017

Talgilding av ljóðbondum 30000 25000 20000 15000 10000 5000

jul-21

des-21

feb-21

sep-20

nov-19

apr-20

jan-19

jun-19

aug-18

okt-17

mar-18

mai-17

des-16

jul-16

fep-16

apr-15

sep-15

jun-14

0

jan feb mars apr mai juni juli aug sept okt nov des

nov-14

4500 4000 3500 3000 2500 2000 1500 1000 500 0

Ætlan SavnsGull

Samlað vikuuppgerð SavnsGull

Ætlan talgildað SavnsGull

Talgildað SavnsGull

Ætlan Fróðskaparsetrið

Samlað vikuuppgerð Fróðskaparsetrið

Ætlan talgildað Fróðskaparsetrið

Talgildað Fróðskaparsetrið

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

11


Sjónvarpsparturin Sjónvarpsbondini er tann parturin í savninum, sum er ringast fyri. Men hetta er eisini tann parturin, sum krevur flestar fyrireikingar, áðrenn arbeiðið at bjarga tilfarinum kann byrja. Sjónvarpið varð alment sett á stovn 1. apríl 1984, og sjónvarpsbondini eru 13.735 í talið. Talan er um fleiri ymisk sløg av produktum, ið krevja ymiskar førleikar og útgerð, ið er ring at fáa hendur á. Sjónvarpssavnið er talt upp: 2.358 bond eru talgildað og løgd á veitara, klár til nýtslu í Kringvarpinum. Áðrenn SavnsGull byrjaði, fóru talgildingarnar fram, tá gamalt tilfar skuldi brúkast í nýggjum sendingum, ella tá sendingar skuldu endursendast. Nú er arbeiðið meiri skipað. Tey fyrstu bondini, sum skulu talgildast uttan fyri karmarnar hjá kringvarpinum, eru U-Matic-bond. U-Maticbondini eru sera hótt, av tí at bondini forfarast, og tey fara illa við bandmaskinunum, ið ikki kunnu útvegast longur. Í 2016 kom stuðul frá A. P. Møller Fonden uppá 5 milliónir krónur. Við hesari upphæddini verður møguligt at talgilda øll bond, sum eru í varðveitslu í Kringvarpssavninum. Sum áður nevnt, eru tað nógvar fyrireikingar, sum skulu gerast, áðrenn bondini eru bjargað. Tað eru gjørdar uppteljingar og skrásetingar av U-Matic­ bond­unum í Kringvarpssavninum, samband er fingið við fyritøkur, ið hava kunnleika at talgilda videobond, og tað eru send útboð út um arbeiðið. Tann Belgiska fyritøkan 12

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Memnon, ið er uppkeypt av fyritøkuni, Sony, vann útboðið. Starvsfólk úr SavnsGulli hava síðan verið við bondum í Belgia, og í skrivandi stund eru tey elstu bondini um at verða bjargað. Eftir at U-Matic-bondini eru talgildað, er klárt at talgilda BetaCam-bondini. Tað eru tey síðstu bondini, ið skulu talgildast uttan fyri kringvarpið. Tann størsti parturin av savninum eru DV25-bondini, ið vit kunna talgilda innan karmarnar hjá Kringvarpinum. Vísindafólk innan talgildingarøkið vísa á, at einaferð millum 2023 og 2028 verður tað ikki møguligt at talgilda bond longur. Nærri vit koma hesi tíðarfreist, tess meira kostar tað at fáa tilfarið talgildað. Nú gongd er komin á hesa bjarg­ingarætlan, kunna vit gleðast um, at alt bendir á, at vit fáa bjargað øllum sjónvarpssavninum.


SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

13


SavnsGull talgildar savnið hjá Føroyamálsdeildini

Í summar varð skrivað undir avtalu millum SavnsGull og Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Tey komandi árini skal SavnsGull standa fyri at talgilda spolabond, ið eru varðveitt í savninum hjá Føroyamálsdeildini. Hetta eru ljóðbond, har tey flestu eru av sama slagi, sum ljóð­ bondini í Kringvarpssavninum. Vit hava tí vitan, tøkni og maskinur, ið megna at talgilda spolabondini. Í savninum hjá Føroyamálsdeildini eru uml. 2.500 spola­bond á goymslu. Á flestu bondunum eru gamlar upptøkur við føroyingum, sum kvøða, syngja ella siga frá. Frásagnirnar eru um staðarnøvn, trúgv, siðir o.s.fr. Mortan Nolsøe (1924-87), professari, hevði nógv av bondunum 14

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

við sær, tá hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða í 1973. Tað var byrjanin á hesum savni. Síðani kom ein rúgva av bondum afturat umframt upptøkur frá Dansk Folkemindesamling. Arbeiðið, at talgilda hesi bond er farið av bakkastokki, og arbeiðið gongur eftir ætlan. 392 bond eru talgildað, ið nú eru varðveitt eftirtíðini á tryggan hátt. Vit kunna øll gleðast um, at Føroyamálsdeildin fer at geva almenninginum atgongd til tilfarið á internetinum.


SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

15


16

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017


SavnsGull – út til fólkið har fólkið er! „Søgan er ikki bara søga, men søgan er sjálvt lívið. Eitt lív uttan søgu er valla nakað lív.“ Jógvan Fríðrikson Í Góðan Morgun Føroyar 03.02.2016

SavnsGull er fyri fólkið, og vit gera nógv fyri at vera, har Føroya fólk er. Á Facebook og á kvf.fo er nakað av tilfari, ið kann hoyrast og síggjast, og har er eisini møguligt at fylgja við arbeiðinum og síggja tær avbjóðingar, ið stinga seg upp. SavnsGull hevur eisini verið at hoyrt í sendingum í Kringvarpinum, har verkætlanarleiðarin, Mass Hoydal, og talgildarin, Jógvan í Toftum Olsen, vóru t.d. í morgunsendingini, í sambandi við, at komið var í helvt við talgildingini av útvarpsbondunum.

Tað kemur eisini fyri, at journalistar seta seg í samband við okkum, har teir spyrja eftir forkunnugum tilfari, og um eitthvørt kemur undan kavi, gera vit vart við hetta, soleiðis at tað kann vera brúkt. Tað er eisini javnan, at persónar ella bólkar seta seg í samband við SavnsGull fyri at hoyra um verkætlanina og fyri at vita, hvussu gongur.

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

17


Fíggjarstøðan 2017 Almenna játtanin hevur verið nýtt til útvarpspartin. Játtanin er fyri tað mesta farin til lønir. Ein minni partur er farin til tøkni og annað. Við játtanini frá A. P. Møller Fonden hevur borið til at seta gongd á at bjarga sjónvarpspartinum. Fíggingin er farin til lønir, ferðing av bondunum og fígging at talgilda bondini.

Samstarvið við Fróðskaparsetrið er eisini farið í gongd. Tað er gleðiligt, at vit kunna gera gagn av teimum serkunnleikum, sum vit hava her á landi. Inntøkurnar av hesum arbeiði eru farnar til lønir eins og viðlíkahald av tólum.

Fíggjarstøða 2015

Fíggjarstøða 2016

Fíggjarstøða 2017

845.358 kr

822.091 kr

1.176.384 kr

46.502 kr

59.824 kr

354.673 kr

3.112 kr

6.503 kr

57.344 kr

5.028 kr

10.793 kr

15.000 kr

900.000 kr

899.212 kr

1.603.401 kr

Søla av tænastum

100.060 kr

Flytingarinntøka

603.401 kr

Útreiðslur Lønir v.m. Keyp av vørum og tænastum Keyp av útbúnaði Leiga, viðlíkahald og skattur Tilsamans Inntøkur

Tilsamans 703.461 kr

18

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017


Myndin vísir bond úr savninum. Reyða frámerkið vísir hvørji eru talgildað. Tað eru um 28.000 ljóðbond í savninum, harav eru 16.000 talgildað. Við verandi fíggjarstøðu heldur tíðarætlanin.

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

19


20

SAVNSGULL • ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Profile for kringvarp

SavnsGull Ársfrágreiðing 2017  

SavnsGull Ársfrágreiðing 2017  

Profile for kringvarp
Advertisement