FAE ársfrásøgn 2018

Page 30

Rakstrarroknskapurin Bruttoúrslit Bruttoúrslit umfatar nettosølu, broyt­ ingar í goymslum av liðugvørum, aðrar rakstrarinntøkur og annan uttan­hýsis kostnað. Nettosøla verður innroknað í rakstrar­ roknskapin, um veiting og váði eru farin til keypara innan roknskaparlok, og inntøkan er álítandi uppgjørd og væntast at koma inn. Nettosølan verður innroknað uttan meir-virðis­ gjald, avgjøld og við avsláttri í sam­ bandi við søluna frádrignum. Vørunýtsla umfatar kostnaðir til keyp av vørum og hjálpartilfari, frádrigið avsláttur og goymslubroytingar í árinum. Aðrar rakstrarinntøkur umfata rokn­ skapar­ postar, sum hava minni týd­ ning í mun til høvuðsvirksemið hjá felagnum, herímillum vinning og tap við sølu av immateriellari og materi­ ellari støðisogn. Aðrir uttanhýsis kostnaðir umfata kostnaðir til sølu, marknaðarføring, fyrisiting, hølir, tap av áognarum og operationellar leasingkostnaðir. Starvsfólkakostnaðir Starvsfólkakostnaðir umfata løn í­roknað frítíðarløn og eftirløn umframt onnur sosial gjøld. Í starvs­fólka­kost­ naðum vera mót­ tikin endurgjøld frá almennum myndugleikum trekt frá.

30

Av- og niðurskrivingar Av- og niðurskrivingar umfata av- og niðurskrivingar í árinum av immateri­ ellari og materiellari støðis­ogn. Fíggjarligar inntøkur og kostnaðir Fíggjarligir postar umfata rentur, stað­ festan og ikki staðfestan kursvinning og -tap viðvíkjandi fíggjarligum ognum og skyldum umframt amortisering av fíggjarligum ognum og skyldum. Fíggjarligar inntøkur og kostnaðir verða innroknað í rakstrarroknskapin við teimum upphæddum, sum viðvíkja roknskaparárinum. Inntøkur av kapitalparti í atknýttum feløgum Í rakstrarroknskapinum verður tann lutfalsligi parturin av úrslitinum eftir skatt hjá atknýttum feløgum inn­ roknaður, eftir eliminering av innan­ hýsis vinningi ella tapi. Skattur av ársúrslitinum Skattur í árinum, ið er parta­ felags­ skatturin fyri árið og broytingin í út­ settum skatti, verður innroknaður í rakstrarroknskapinum við tí parti, sum viðvíkur ársúrslitinum. Skattur við­ víkjandi møguligum bókingum bein­ leiðis á eginognina, verður bókaður á egin­ognina.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.