Tá ið foreldur fara frá hvørjum
øðrum
Eru foreldur tíni farin frá hvørjum øðrum ella í ferð
við at fara frá hvørjum øðrum, kann tað kennast ógvuliga trupult.
Tú ert kanska ill/-ur við tey. Kanska ert tú kedd/-ur ella ørkymlað/-ur um, hvat ið nú skal henda.
Hvar skalt tú búgva?
Hvussu nógvar dagar skalt tú búgva hjá mammu, og hvussu nógvar dagar hjá babba?
Og hvussu við systkjunum hjá tær?
Tú kennir teg kanska einsamalla/-n, men sama hvørjar tankar og kenslur tú hevur, er tað púra vanligt. Nógv onnur børn hava tað júst sum tú.
Seks góð ráð frá øðrum
børnum
1. Sig, hvat ið tú sjálv/-ur vilt
Fortel foreldrum tínum, hvat ið tú vilt. Tað er ikki vist, at tey duga so væl at spyrja teg sjálvi. Sigur tú teimum tað ikki, vita tey ikki, hvussu tú vilt tað skal vera.
2. Tað er í lagi at vera kedd/-ur
Tað er púra náttúrligt av vera kedd/-ur, tá ið foreldur fara frá hvørjum øðrum. Tað er eisini í lagi at vera ill/-ur. Kanska hugsar tú nógv um, hví foreldur tíni eru farin ella fara frá hvørjum øðrum. Tú ert kanska stúrin um, hvat tað merkir fyri teg. Minst til, at tú ert ikki tann einasta/-i, ið hevur tað soleiðis. Tú kemur ígjøgnum tað, hóast tað kann tykjast ringt, og tað kann taka tíð.
3. Fortel, hvussu tú hevur tað
Tú ert kanska bangin fyri at gera foreldrini kedd, um tú sigur, hvussu tú hevur tað. Men fyri tína egnu skuld er gott fáa tað sagt. Tú skalt ikki ganga einsamøll/einsamallur við tínum tonkum.
5. Er tað trupult at tosa við mammu og babba, skriva so eitt bræv
Er tað trupult at tosa um viðurskiftini við foreldrini hjá tær, kann tað vera gott at skriva eitt bræv í staðin fyri. So er lættari at siga tað, tú vilt.
Tú kanst skriva, hvussu tú hevur tað. Tú kanst eisini skriva, hvar ið tú vilt búgva, ella hvussu tú vilt vitja hitt av foreldrunum
Tú kanst til dømis skriva:
Góði babba. Eg eri keddur av tí. Mær dámar væl at vera saman við tær, men beint nú vil eg fegin vera eitt sindur meira hjá mammu, so at eg kann vera meira saman við vinunum.
Ella skriva soleiðis:
Góða mamma. Mær leingist so illa eftir babba.
Eg kundi hugsað mær at roynt at búð meira hjá honum.
6. Tosa við familjuna ella onnur
Heldur tú tað vera torført at tosa um viðurskiftini við foreldur tíni, kann vera gott at tosa við ein annan vaksnan. Tað kann til dømis vera omma, abbi, mostir, pápabeiggi ella onkur annar vaksin, sum tú kennir væl. Tað kann eisini vera ein lærari, venjari ella onkur annar, sum tær dámar væl at tosa við. Onkuntíð hjálpir tað at tosa við onkran um, hvussu ein hevur tað.
Barnið tekur stigið
Tú kanst leita tær hjálp frá Familjufyrisitingini, um tú ert 10 ár ella eldri
og hevur torført við at tosa við foreldur tíni. Vit kalla henda rættin hjá børnum ‘Barnið tekur stigið’.
Tú kanst taka stigið
Gongur tú við tonkum um, at tú kundi hugsað tær, at avtalurnar, sum tey vaksnu hava gjørt fyri teg, vórðu broyttar?
Vilt tú til dømis vera meira saman við mamma tíni ella pápa tínum? Ella kundi
tú hugsað tær at flutt heim til hitt av foreldrunum?
Ber ikki til at tosa við foreldrini um tað, kanst tú biðja Familjufyrisitingina um fáa fund í lag við foreldur tíni. Tað kalla vit rættin hjá barninum at taka stigið.
• Tú skalt vera 10 ár ella eldri, áðrenn tú kanst brúka rættin at taka stigið.
• Vit kunnu ikki lova, at nakað broytist, men vit kunnu hjálpa tær við at biðja foreldur tíni koma á und, har ið vit tosa um, hvussu tú hevur tað.
Spurningar og svar
Kann eg fáa avtalurnar, sum galda fyri meg, broyttar?
Tú kanst ikki sjálv/-ur broyta, hvar ið tú skalt búgva, hvussu nógv tú skal vera mammu tíni ella pápa tínum ella hvør ið ræður yvir tær. Tað eru foreldur, sum gera av, hvussu tað skal vera, til tú ert 18 ár.
Men tá ið tú ert blivin 10 ár, hevur tú rætt til at biðja okkum í
Familjufyrisitingini um at fáa fund í lag við foreldrini hjá tær, um tú ikki ert nøgdur við avtalurnar, sum gjørdar eru fyri teg.
Hvussu geri eg?
Tú kanst seta teg í samband við okkum við at møta upp í
Familjufyrisitingini, við at ringja til okkum á telefon 20 22 24, tú kanst senda okkum ein teldupost á famf@famf.fo ella tú kanst skriva eitt bræv og leggja tað í okkara postkassa ella senda tað til okkara
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
Áðrenn tú setur teg í samband við Familjufyrisitingina, er gott at hugsa um, hvat ið tú kundi hugsað tær varð broytt. Kanska kanst tú tosa við ein lærara ella ein annan vaksnan persón um tað.
Ivast tú í nøkrum, kanst tú altíð seta teg í samband við
Familjufyrisitingina og fáa eitt prát við ein vaksnan.
Hvat fer at henda?
Tá ið tú setur teg í samband við okkum, fert tú at tosa við ein vaksnan, sum dugir væl at tosa við børn í tíni støðu. Tann vaksni fer at tosa við teg um, um tú heldur, at foreldur tíni skulu koma á fund í Familjufyrisitingini, og um, hvat ið tú vilt hava foreldur tíni at broyta.
Tá ið tú tosar við tann vaksna í Familjufyrisitingini fyrstu ferð, eru foreldrini hjá tær ikki við. Men tú ert vælkomin at taka onkran annan vaksnan við tær. Hetta kalla vit ein hjásiti.
Tú hevur altíð rætt til at hava hjásita við, um tú kemur til samrøðu í Familjufyrisitingini. Ein hjásiti er ein vaksin persónur, sum ikki er annað av foreldrum tínum. Ein vaksin, sum tú hevur álit á og sum kann stuðla tær við at koma við tær.
Vilt tú eftir okkara fyrsta prát, at foreldur tíni koma á fund í Familjufyrisitingini, so fáa tey eina fráboðan um, at tú hevur sett teg í samband við Familjufyrisitingina. Og síðan verða tey boðin á ein fund, har vit tosa við tey um tíni ynskir.


Barna samrøða
Eru foreldur tíni ósamd um hvar tú skalt
búgva ella hvussu nógva tíð tú skalt vera hjá hvørjum av teimum, kann Familjufyrisitingin hjálpa teimum at fáa greiðu á, hvat ið er best fyri teg. Við eini barnasamrøðu vilja vit fegin vita, hvussu tú hevur tað, og hvørji ynskir ið tú hevur.
Hví skal eg til barnasamrøðu?
Hava foreldur tíni biðið Familjufyrisitingina um hjálp, vilja vit fegin vita, hvussu tú hevur tað. Vit vilja eisini fegin vita, hvørjir tankar og møgulig ynskir ið tú hevur. Tí kann tað vera, at tú ert bjóðað/-ur til barnasamrøðu hjá Familjufyrisitingini.
Tað er týdningarmikið at hoyra tína hugsan. Men tað er eisini týdningarmikið, at tú veitst at tað eru foreldur tíni ella
Familjufyrisitingin, sum ráða fyri, hvar tú skalt búgva ella hvussu nógv tú skalt vera hjá mammu og pápa tín.
Hvat skal eg siga til barnasamrøðuna?
Til barnasamrøðuna tosar tú við ein vaksnan í
Familjufyrisitingini, sum er von/vanur við at tosa við børn og ung. Tit kunnu tosa um, hvussu tú hevur tað. Tit kunnu eisini tosa um ymiskt, sum tú hugsar um, ella okkurt, sum ger teg kedda/-n ella ørkymlar teg.
Undir barnasamrøðuni kanst tú eisini greiða frá, hvussu tú sjálv/-ur kundi hugsað tær, at viðurskiftini vóru í sambandi við at tú hevur foreldur, sum ikki liva saman. Tað kann til dømis vera, at tú vilt fortelja, hvar tú kundi hugsað tær at búð mest. Ella hvussu nógv tú skalt vera hjá mammu tíni og pápa tínum. Tað kann eisini vera, at tað nívir teg, at mamma og pápi tín eru ósamd, ella at tú saknar annan teirra.
Tað er upp til tín, hvat tú sigur og hvussu nógv tú fortelur, og tann vaksni, sum hevur samrøðuna við teg, spyr teg, hvat tú vilt at foreldur tíni skulu fáa at vita, av tí tú hevur fortalt.
Samrøðubólkur
til børn og ung
Kundi tú hugsað tær at at tosað við onnur børn, sum eru í somu støðu sum tú? Kom við í samrøðubólk.
Hvat er ein samrøðubólkur?
Eru foreldur tíni farin frá hvørjum øðrum, kanst tú koma við í samrøðubólk í Familjufyrisitingini. Í samrøðubólki kanst tú møtast við øðrumnum, sum eisini hava foreldur, sum ikki liva saman.
Tú hoyrir hini børnini greiða frá sínum upplivingum og kanst eisini sjálv/-ur greiða frá tínum. Tit kunnu kanska tosa um, hvussu tú hevur tað við at hava tvey heim, ella hvussu tú hevur tað við tí nýggja makanum hjá mammu ella babba. Hini børnini kunnu geva tær góð ráð um, hvat ið tey hava gjørt, tá ið tað hevur verið trupult. Tú kanst eisini hjálpa teimum við tínum góðu ráðum.
Tann av foreldrunum, sum tú býrt hjá, kann tekna teg til samrøðubólk. Tilmeldingarskjalið er at finna á heimasíðu okkara www.famf.fo.
Hvat siga onnur børn um at ganga í samrøðubólki?
• Tað er gott at tosa við onnur børn, sum vita, hvussu tað er.
• Eg eri vorðin glaðari.
• Tað er gott at lurta eftir øðrum, sum hava tað sum eg. So veit eg, at eg ikki eri tann einasta/-i, sum hevur tað so.
• Vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum, um vit hava avbjóðingar.
• Vit kunnu greiða frá onkrum, sum vit ikki kunnu greiða mamma og babba frá.
• Tað er gott at kunna tosa, men vit hava eisini stundir at hugna okkum saman.
• Vit tosa um viðurskiftini og lurta eftir, hvussu hini hava tað. Eg havi fingið tað betri.
Tey vaksnu hjá Familjufyrisitingini vita sera nógv um børn við foreldrum, sum eru farin frá hvørjum øðrum.
Tey vilja fegin hjálpa tær við møguligum tonkum og spurningum, sum tú kanst hava í sambandi við, at foreldur tíni ikki liva saman.
Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Telefonnr.: 20 22 24
Teldupostur: famf@famf.fo
Telefonin er opin mánadag til fríggjadag kl.10.00-12.00 og 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21 / 100 Tórshavn