Page 1

Sosial samvera og fakligur íblástur Starvsfólkadagar á hotellinum er nýggj uppløðing til tín starvsfólk, og tín fyritøka kemur aftur sum eitt sterkari toymi. Ver hjartaliga vælkomin til Skálavíkar og fá vind í seglini.


Fundir & veitslur í vøkrum umhvørvi

Vit bjóða tær fundar- og veitslupakkar á høgum støði í nútímans Hotel Skálavík. Á Hotel Skálavík eru 22 nútímans og vælútgjørd kømur, umframt ein íbúð við 3 kømrum. Á hotellinum eru 5 dupultkømur og 17 familjukømur. Matstovan á Hotel Skálavík kann hýsa umleið 120 gestum, og bjóðar eitt gott úrval av mati til starvsdagar. Vit eru altíð til reiðar at geva tykkum eitt tilboð, ið hóskar júst til tykkara tørv. Tann lítla havastovan, sum er ímillum gongirnar, har kømruni eru, gevur góðar rammur til millum annað bólkaarbeiði hjá smærri og størri fyritøkum.

Høllin er sera vælegnað til størri starvsdagar, skeiðir og ráðstevnur, og kann hon rúma umleið 300 fólkum. Høllin kann eisini leggjast saman við størra fundarsalinum. Tá rúmast umleið 400 gestir. Til ber at seta ein skilavegg upp soleiðis at rúmið er meira atskilt frá gongini. Í havastovuni er pláss fyri umleið 20 gestum. Fundarrúmið kann hýsa upp í 30 gestum. Fylgjandi útgerð er í fundarhølinum at ráða yvir: Whiteboard, talva við tusjum, projektørur og flatskíggi. Um tørvur er á aðrari útgerð, ber til at tosa við okkum. Á Hotel Skálavík eru tríggjar grillsmáttur úti á fløtuni, har hvør smátta

Les meira og sí myndir á hotelskalavik.fo


Í 2015 hava vit verið á Hotel Skálavík tvær ferðir. Fyrimunurin við at vera fjarskotin frá gerandisdegnum er, at fólk fara ikki út at reika, og megna halda fokus uppá uppgávurnar.

Árni Jakobsen, stjóri í SMJ

rúmar upp í 15 fólk. Mitt í smáttuni er ein grill, har benkur eru runt um, soleiðis at øll kunnu sita og njóta okkara vælsmakkandi og dygdargóðu grillpakkar. Heiti uttandura potturin er væl dámdur, og sera nógv brúktur av fyritøkum, tá ein steðgur er millum arbeiðstímarnar í fundarhølinum. Ynskir tú at fara ein túr runt í bygdini ella oynni át veimum hjólum, so ber til at leiga góðar súkklur frá okkum.

Hotel Skálavík er nú eitt     stjørna ráðstevnuhotel

Samansjóvingin byrjaði longu umborð á Teistanum, tá vit fóru yvirum Skopunarfjørð, og ein kann siga, at hetta er ein óhátíðarlig byrjan uppá dagsskránna, sum verður í Skálavík.

Áyðun Mørkøre, stjóri á Taks

Dagurin byrjaði við morgunmati, arbeiddu síðani til á middegi, har vit gagnnýttu steðgin við m.a. at fara í heita pottin, onkur fór gongutúr og onnur tóku sær av løttum. Síðani tóku vit arbeiðsdagin upp aftur, og sigldu við Teistanum kl.16.30 Turið Horn, leiðari í dagstovninum Undir Brúnni


Vælkomin til Hotel Skálavík Við fjølbroytna úrvalinum er Hotel Skálavík framúrskarandi karmur at hýsa starvsfólkaog skeiðsdøgum, umframt at góðir yvirnáttingar møguleikar eru. Tú ert altíðvælkomin at ringja til Siri á 235931 ella skriva til booking@hotelskalavik.fo um tú hevur spurningar við-víkjandi Hotel Skálavík og tí vit kunnu bjóða. Bestu heilsanir Siri Klementsen, Dagligur leiðari

Vit kunnu seta ein pakka saman, ið hóskar júst til tín/tykkara tørv, bæði tá ið tað snýr seg um størri og minni starvsdagar

Tel. 345900 · www.hotelskalavik.fo · booking@hotelskalvik.fo

Hotel Skálavík - Sosial samvera og fakligur íblástur  

Faldari ætlaður fyritøkum, stovnum, virkjum, skeiðs- og starvsfólkadøgum.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you