H71-Kyndil, 11.11.2012

Page 1

Kappingarárið 2012-13 ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN

H71 - KYNDIL Sunnudagin 11. november kl. 16.00

faldari 3

Hoyvíkshøllin

4



ODDAGREIN

Ekspertar í navni

Undurvakurt, tit, fullevgis undurvakurt! Soleiðis gongur, tá ið tit allir syngja úr somu sálmagøtu, og ikki spæla sum ein brekað avbronglan í neon. Í reinskerdum talenti hava tit munin, men hvat nyttar tað, um stríðsandin dandar á niveau við hann í einum miðal-hampa bindi­ klubbi við Svínáir… Nei, tað vit vitnaðu í Vestmanna sunudagin líktist meiri einum vælfyrireikaðum riðili av krígs­graðum hoyvíkingum enn nøkrum væl­ meinandi Sjómanskvinnuringi. Mestsum av misgáum vóru vit afturút við fýra málum í hálvleikinum, men vunnu seinna við átta. Okkara venjarir vunnu talvið – og tað so ruddiliga! Bonkurin hjá VÍF visti ikki síni livandi ráð í seinna hálvleiki, og við eini sterk­ ari verju, færri tekniskum villum og betri skot­ neyv­leika bukaðu vit mótstøðuliðið gult og

blátt. Ella, sum reypið í Írtóttarredaktiónini hjá Kvf ljóðaði: føroyameistarnir H71 settu VÍF upp á pláss. Og nú vit eru við Kvf og hondbóltsligu ekspert­ elituna annars: hmmm, so mikið fyri tess spá­ dómar í Vikuskiftinum um dystirnar í viku­skift­ inum. Aðramáta frálík sending, sjálv­andi… Tað er líka tað, at eftirsum ekspertur, ella Kvf’sa inflatión yvirhøvur av „serfrøðingum“, hvat er eitt demokratiskt problem!, allíkavæl er í útvarpsstovuni, tá hevði tað verið nokkso hepp­ið, og ekspert-sligt, um útsagnir sam­pakk­ aðu við fakta. Tildømis spældi Janus Sørensen ikki við H71 í lands­kappingini í fjør. Bara í steypa­hálv­ final­uni… unum. Og aftaná og „takkað“ veri danskari flugujuggan ikki so mikið sum í sjálv­ ari finaluni. Esbern Patursson, passar, var við í enda­num, men byrjaði aldri inni.

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

3


So, FM var altso fingið til vega við núverandi manning Dánjal Tórgarð undantikin. Ja, og so Hanus Kristiansen, men sum nú er avlosytur av einum øðrum og góðum málmanni í Ára Dam. Ókey, Halgir Dahl Olesen var í løtum ikki bara hjálparvenjari, men biðin um at skifta leiklut og stýra á vøllinum. Men fyri ta legendu hann einaferð mátti verið, tá er hann enn sprelllivandi, ikki veteranur eingong og 10 ár yngri enn Ingi Olsen var, tá hann enn var ósundurskiljandi partur av Neista-liðnum. Og afturat hesum er hann ein av okkara egnu, hoyvíkingur… ikki leigusoldatur, sum forrestin apsalutt onki forgjørt er í, soleingi teir ikki eru meiri enn tveir í tali, er nakað væl betur enn snittið og ikki tekur pláss hjá øðrum, ið hevur trongda dygd at spæla har. Men, vissuliga, næstan øll hini liðini, KÍF, strandingar og grøna framtíðin, eru odds-on favorittar. Ongin kann veruliga rokna við H71; liðið er alt ov ungt – eitt ár eldri enn í fjør, men kortini yngri. H71 hevur enn ikki eina røð av FM-heitum, men er kortini hondbóltsligi ekvivalenturin uppá Kina í de Gaulle’sligum realpolitikki… ein lúrandi og hóttandi stórmakt. Ikki so nógv, longur, the New Kids On the Block, men tó… og av somu grund nokkso lættir ikki at dansa við, men dissa.

Ítróttarfelagið Hoyvík H71 Hoyvíkshøllin, Postsmoga 1067 188 Hoyvík · www.h71.fo NEVND Sunneva Jakobsen, formaður sunneva@liv.fo, 23 11 15

Tað tykist vert at endurtaka, at FM er ikki ein spurtur, men eitt maraton. Altso, so longi sum vit eru har ella harum til jóltíðir, eru vit perfekt plaseraðir. Tá, fyrst tá, skal lokomotivið trúliga upp í eina, fyri kappingarneytarnar, altoyðileggjandi toppferð, ið fer at gera tað neyðugt hjá serfrøðingum og traditionellum hondbóltsmeinarum, ið enn liva í 80unum, grund til at finna klút, sápu og hársprey fram. Hetta verður so eisini árið, kanska!, har nakrir ráðaríkir misantropar (sum ikki hava ánilsi fyri, hvussu ein ítróttarhøll sær út ella ítróttur riggar, og hartil analfabetar, tá ið tað kemur til samfelagslaðing, frívilligt arbeiði og mannaálit) enn halda, at vit skulu mala runt í høllunum og krevja av øllum okkara trøllvaksna hjálparfólki, venjarum og øðrum eldsálum, at hesi skulu prógva, at tey ikki eru pedofilar. Tríggir setningar: Feitt! Ikki eiti á rættarstati! Gleðilig jól!

Hallur Danielsen, kassameistari hdanielsen@sbwcargo.com, 23 96 15 René Dahl Olesen, skrivari renedo@faroeship.fo, 54 90 10 SAMSKIPARI Hallur Danielsen hdanielsen@sbwcargo.com

Gunn Ellefsen, næstformaður ge@lawfirm.fo, 59 30 40

4

Sama ger. Tað er bara at halda á og gleða seg til enn eitt hendingaríkt hondbóltsár, har hondbóltsviðmerkjarir, ekspertar at navni, enn einaferð fáa bleyttkókað á brøkurnar. Vit elska jú yvirraskilsi, ið rúma annað enn sjokulátu og reyðar rósur, sum í denn grad anga av ringari samvitsku – havi eg latið meg fortalt.

Agga Niclasen, nevndarlimur h71faldarin@gmail.com, 50 86 89

Heimasíðuumsitari Carl Herup Høgnesen carlherup@gmail.com

Anna Dam, nevndarlimur ad@lawfirm.fo, 51 90 82

Agga Niclasen H71faldarin@gmail.com

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

Agga Niclasen

FALDARAUMSITARI Agga Niclasen h71faldarin@gmail.com, 50 86 89 SNIÐ, UMBRÓTING, PRENT OG LIÐUGTGERÐ Pf. Føroyaprent, www.foroyaprent.fo – svanamerktur prentlutur 541 705 MYNDIR Jan Egil Kristiansen 26 22 40 ÚTGEVARI H71



Trygg fíggjarstýring

6

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

7


LM Electric bjóðar heildarveiting innan el-innlegging, ráðgeving og projektering · · · · · ·

Jónas Broncksgøta 25 Tel 35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo

8

El-innleggingar Ljós og talvur EDV-& telefonnet Hvítvørutænastu Døgntænastu Neyðstreymsskipanir Trygdarskipanir (ABA, ITV,AIA og ADK)

LM ELECTRIC - 100 Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 tel 35 12 20 - www.lm.fo - lm@lm.fo

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

9


10

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


VIÐ OKKUM RØKKUR TÚ LONGRI…

FØROYAPRENT

STILASS OG LYFTUR TIL SØLU OG LEIGU

HANDILIN VIÐ TÍ FJØLBROYTTA ÚRVALINUM … www.andreasen.fo Brekkutún 7 – 188 Hoyvík

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

11


12

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3



Úr øs Áh, trúgv mær, kun i tú hevur ikki hug til at vita, hvat eg geri Sunnudagar, og nú eisini mitt í viku, plagi eg at fara við børnunum til hondbótlsdyst at hyggja at H71. Hetta er alt ein partur av at indoktrinera ungu Sadie Sigurrós, óvitan Malaki og lítlu Maiku Margretu til eitt lív sum H71soldatar… og skjótt stendur Anna Bella fyri skotum. Eitt yvri, ein innpreting av hvat er hond­ bólts­liga rætt, ið sjálvt hasir mest fýrisligu stuð­larnir hjá al-Qaida høvdu ógvast um. „Fyri Guds skyld, slappa av, maður, lat børnini sjálvi bestemma“, høvdu teir óivað sagt. Framvegis eru nakrir tollyntir tankabanar í mínum gullmolum; eitt nú eru tey akkurát nóg kritisk til ikki at hoppa uppá hasa einastu vittig­heitina, eg dugi, „visti tú, at heili 10 út av 9 lata seg lumpa av hagtølum?“, men annars eru tey væl á veg at blíva fanatisk. Shit happens. Typiskt, sum fyrsti hálvleikur breiður seg út, gerst yngsti parturin av mínum barnatoymi alt meiri hvíldarleysur og áhugaður í tí slagi av átilsi og drekka, tú missur børnini uppá, skuldi hatta privatlívs-órógvandi Fólkaheilsuráðið slatrað til Barnaverndina. Onkursvegna hava góðgætis-fabrikkirnar sann­ført míni enn annars so vælupplýstu og at­finn­ingarsomu børn, at teirra produkt er meiri týð­andi enn Atlantic Airways-deildin og H71. Teirra ungu heilar vóru altso hugtiknir av sukur­ríkum og brúsandi skitti líka inntil hálv­ leiks og tvørturígjøgnum hálvleikssteðgin. Ein gandur, sjálvt hjáveran av týdningarmiklum

14

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

fólki (sum tey nú ókeypis leita seg inn í Hoy­ víks­høllina í hálvleikinum) ikki klárar at koll­ ganga. Tí avgjørdi eg at fortelja mínum CO2-for­ brúkandi avkomi, hvussu eitt lív fer at síggja út, um ikki tey involveraðu H71 í tað: eitt lív merkt av søplan, moralskum forfalli, for­arg­ ilsi og ótroyttum potentiali. Hinvegin, fingu tey varisliga at vita, „at halda við H71 er hondbóltsligi ekvivalenturin av at sniffa lím“. Soleiðis – meira skuldi ikki til at geva mær totalt uppmerksemi! (Og hevði eg sagt hatta sum lærari, og onkur lortendi av einum eina­ barni hevði slatrað, tá hevði eg fingið sekkin!) Fakta er, at tey frammanundan hildu meg vera nokk­so kul, men nú hevði eg so skaffað full­ komna atgongd til teirra heila. Tað, ið fór inn í oyrað, kom ikki útaftur. Eg gav teimum teirra egnu, heilt persónligu, fúlt partisansku frá­søgn, har eg fann uppá alt møguligt – oftani til tess at kompensera fyri hvat eginliga hendi í fakt­ isk­um neyvleika á gólvinum – við bein­fryst­ari propaganda og hunddálkaðum lyg­num. Her er ein úrdráttur frá eini heilt van­lig­ari frá­søgn, sum ongin minni enn Joseph Goebbels, ja, sjálvt KRIS hevði kallað „einsíðað og for­døm­andi“. Men fyst mátti eg skilja ímillum „okkum“ og „hini“. Til dømis, „liðið í reyðum, Malaki og Maika Margreta, vit plaga faktiskt at kalla teir „teir reyðu djevlarnir“ – tí teir eru so óndir. „Og veitst tú hvat, nummar 3“, hvat eg eis­ini plagi at kalla tað næstyngsta (tey eru


jú so nógv í tali nú, børnini, at hasir syrgi­ ligu nýmalthusianararnir høvdu kappast við Barnaverndina at tikið hasar dálkandi ungarnar frá mær), „hasin maðurin úti á høgra bakki, nummar 7, hasin har, ja, hasin har, sum alla­ tíð­ina togar í blusuna hjá Dánjal og skýtur eftir Levi, hasin fanin!, sært tú hann? … Ja, og veitst tú hvat, góða, hann kann bert gera hatta har, av tí at hann dagliga ger menniskjaligar offringar til Satan“. Hon hugdi at mær við hennara vøkru og óskyld­igu eygum: „Álvara, babba, passar tað?“ Eg stardi inn í hennara perfektu, ersmáu eygu, hvørs „óserframleiddu brillur“ darlaðu langt niðri á nøsini, sum hon leitaði míni egnu eftir tí minstu ábendingini um ósannleika. „Ja“, svaraði eg, ikki til at vika, „sjálvandi passar tað; nær hevur babba kanska pellað fyri tær“. „Og vanliga eru tað fittar, lítlar gentur, ja, nú tá ið eg hugsi um tað, sovorðnar sum tú, teir plaga at offra“. Men ikki tú, tí vit í H71 fara altíð at verja teg“. Hon nikkaði nervøst. Og eg helt áfram… „Tað vil siga, lítla MM, at tað liðið, sum vit dáma, er tað, sum spælir í svørt­um; teir eru djarvir, elska børn og brúka nógva olju, og tað er jú tí, at teir vinkaðu til tín og øll hini børnini beint áðrenn dysturin byrjaði – minnist tú ikki?“ „Men, babba, teir virka eitt sindur forvirraðir beint nú – teir blíva við við at missa bóltin og kasta við síðuna av málinum“. „Teir eru bara so øgiliga spentir, góða“, svaraði eg ísakaldur.

Eftir at hava vigað fyri og ímóti, valdi eg at løna hann við at geva honum okkurt, ið hevði fingið vaksandi herin av heilsufrikum at øtast. Eitt óøkologiskt og óvaskað súrepli heintað av 7-ára gamla Manuel, hvørs lívskvalitetur øktist mega, tá ið MBF í Manilla fortaldi honum, at hann nú hevur „vælskapt eksem“… eitt bein­ leiðis hugskot frá politiskt korrekta Evropa og tess „ikki brekað, tit, men fólk við breki“-bull­ shitti.

Eg hevði tað fyri at fortelja mínum vælsignaða soni, at tá ið Heini Hanusarson skorar fyri tað bláa liðið, tann tíð tað var, at „hann kann skora, tí at hann er politi, og teir sleppa alt.“ Og tá ið teir vinna á okkum, fáa mínir nú skjótt inkarneraðu H71-ungar at vita, tá er tað tí „at teir hava so forbiið nógvar ferðir meiri pengar enn vit“… tann tíð tað var. Av og á, tað hendir!, rópar ein av okkara egnu áskoðarum eftir dómaraparinum fyri ússa­ ligt avrik. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal halda um slíkan atburð, men tá tekur drong­ ur­in hendurnar frá oyrunum og, sum danir og Kvinnu-lesarir siga í dag, ‘joinar’ hatta út­spill­ andi viðhaldsfólkið.

Harumframt, og mestsum fyri at styðja míni avgerð um framhaldandi inndoktrinering, flenn­ ir Richard Dawkins, sum sjálvur er á leið líka ótol­er­antur sum hasi, ið prædika toleransu fyri sínum hugskotum, og bara sínum hugskotum, at hug­skotinum um „eitt muslimskt pinkubarn ella ein kristnan dóp“, av tí at hesir eginleikar eru „fingnir til vega“ og ikki viðføddir, og at tað hevði verið absurd at referera til ein pinku­ ling sum ein „H71-fjeppari“ ella ein „violin­ ist­ur“ – sum helst er hví hesir ikki-genet­isku egin­leikar eru so ógvusliga klemm­að­ir.

Við dystarenda hevði eg fullkomiliga heila­vask­ að hasi óseku børnini. Tey vóru búgvin til at gera hvat sum helst fyri meg! Prosessin fekk meg kortini at ivast, um hetta nú var sømi­ ligur atburður; ein slíkur, sum ÍSF og teirra tápu­tryggjaðu „hvussu tú eigur at bera teg at“-reglar, beinleiðis umsettar úr donskum fyri okkara pengar, halda so kæran. „Lat eg eina virðis­mikla gávu víðari til næsta ættarlið, ella fer hetta, at halda fanatiskt við H71, at gera numm­ar 1, 2, 3 og 4 kroniskt sorgarbundin og ódám­ligar borgarar?“ So, eg spurdi meg sjálvan til tess at nærkast svarinum: „Agga, hevur tað, at halda við H71, gjørt meg til eitt lukkuligt mannfólk?“ Eg svar­ aði mínum egna spurningi yvirraskandi skjótt, og tað gingu ikki meiri enn fimm minuttir, og eg fór í holt við at spekulera í, hvussu eg kundi fáa fatur í H71-merchandise, framleiddar við eini asins rúgvu av CO2 og av arbeiðsklassabørnum í Burma.

Agga Niclasen

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

15


G12-dystir í kollafirði 03.11.12 Í besta hondbóltshýri – til Kollafirðar fór, G12 og fjepparskari – til dystir, vónin stór um sigrar, ja í fleirtal – vit mestsum eru von við hondbóltsspælið góða og pláss á fremstu trom

Ja, ’innbyrdis‘ tær kappast – men sita lið um lið, í skúlastovu fjálgu – á vølli dystarstríð Heilt febrilskar! vit síggja, og feilprocentið stórt, skjóta á stong, missa bóltar, ja gera heilt nógv lort.

Og rómurin var góður – ímillum bonkarás, har kaffikannuløður – hýrin setti í bás Við muslikeks frá Agga – sum prikkin yvir iii, ja, fleiri skuldu ’tagga‘ – uppskriftina heim við

Og fjepparaskari trúgvi – á lagi skiftir dur, og fer uppí tað kórið, sum burdi fingið víst hurð Tess meiri fjepparar brumma og neva upp í vrá, tess meiri G12 seg dumma, -soleiðis spiralur gá‘

Og sum fretur eftir gleri – vit fyrsta vunnu stórt, og smílið smáforherðað – um hondbóltsframtíð bjørt G12 tær eru mentar og klára seg so væl! Samanspældar og spentar, vit frøðast um hvørt mál

So boð til fjepparar leita – í hesum hondbóltsár‘ Haldið munn… for heita!  – um ikki jaligt brá Annars! Tit øll mugu hoyra, at her við ’eymk og fred‘, vit vunnu henda leikin, og fjúúv og lykkesmed 

Tá mótstøðan er Neistin, tá blívur annað skil tí fjálturin so stórur – ja, bíðið mær eitt bil Hvat skal eg her forklára, hví falla tær í fátt? Jú, kappingarstøðan hevur – ein løgnan duldan mátt

Ja, soleiðis kann tað ganga, tá kenslur vísa mátt, at mangt vit burdu vitað, fejað verður undir gátt Tó! vit halda á at fjeppast – og fjálga reiður 12, og ynskja væl má hepnast – á jaligum dystargólv‘!

Bergun Kass Tí! Tær eru bestu vinir, í skúlaflokki seks, har uppi og har niðri – í Hoyvík, báðu steðs, men hvør er best í hondbólti – „Viiit vilja verða fremst! og mugu skansað verja, varðveita okkar‘ sess“.

16

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

17


»Framtíðin er tryggjað«

Ein trygg framtíð við Lív Hjá Lív gert tú eitt trygt innskot í tína framtíð. Hetta er tí, at hjá okkum er tað styrkin í felagsskapinum, ið gevur tær møguleikar og fitt av peningi um hendi, tá ið tú røkkur eftirlønaraldri. Sum kundi hjá Lív ert tú í tryggum hondum. Vit geva tær eina dygdargóða og skilagóða ráðgeving, sum tekur støði í júst tínum tørvi.

www.liv.fo

 

    

18

 

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


Mynd: Jens Kr. Vang · Prent: FØROYAPRENT føroyaprent 314555

Hava tygum tørv á ráðgeving og hjálp til løgfrøðiligar avbjóðingar?

Bringsnagøta 21 100 Tórshavn Tlf. 311744 klett@klett.fo www.klett.fo

Bringsnagøta 21 · Postboks 62 · FO-110 Tórshavn Telefon + 298 31 17 44 · Faks FAL + 298 DAR I31 2 088 1 2 -44 2 0 1·3 www.klett.fo

19


20

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

21


Nú er einki mark

Stórformat á Føroyaprent Vilt tú prýða ella lýsa við onkrum á húsa­síðu, bygningi, sølu­staði, festi­valøki, tón­leika­palli, byggi­­­ plássi , mið­býi, messu ella aðra­ staðni, fært tú alt, sum tú hevur brúk fyri frá Føroya­prent. Vit hava fram­komna út­gerð at prenta ­bann­arar, skelti og plakat­ir í øll­um stødd­um og á ymiskt til­far, bæði til innan­dura og uttan­dura brúk. Um tú vilt vita meira um møgu­leik­ ar­nar við stór­for­mati ella bil­prýði, send okk­um ein teldu­post á info@foroyaprent.fo ella ring 314 555.

Vit haVa bilin

22

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


www.torshavn.fo

Skapandi, mennandi, kveikjandi t 贸rsha v n a r komm un a

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

23



Leikum fagurt Til leiðarar, venjarar, dómarar, foreldur, leikarar og áskoðarar Leikum fagurt ··Hav jaligan atburð ··Royn altíð títt besta ··Vís virðing fyri øðrum ··Umboða felagið sømuliga ··Far við øðrum, sum tú ynskir, at onnur fara við tær Leikum fagurt

Ein heilsan og áheitan frá

til allar H71’arar og onnur, ið koma í Hoyvíkshøllina


Venjarafrágreiðing dreingir 16/18 Gunnar Djurhuus, Bogi Davidsen og Ári J. Olsen

Nov. 2012

Meðan eg siti og skrivi hesa frágreiðing, ger ódnin Sandy um seg yviri í USA. Mest gongur tað útyvir býirnar á eysturstrondini og hevur hon eina styrki, sum ikki er sædd áður tey sein­astu 100 árini. Hon skapar kaos og er ikki „mjúk at strúka“, har hon rakar – øll royna sum best at verja seg, men fyri tey flestu er ikki hugs­ingur um annað enn at renna undan og goyma seg. „Betri er at flýggja enn at falla“. Spurn­ingurin er so, um ein kann samanbera eina slíka melduródn við eitt hondbóltsfelag? Jú – tað haldi eg ein kann, tí um hugt verður inn á úrslitatænastuna hjá HSF, so síggjast grov spor eftir „melduródnini H71“ í teimum ymisku bólk­um, har hon hevur „huserað“. Vit eru frammi í oddinum í næstan hvørjari deild, har okkara lið eru við. Og ikki bert a-liðini klára seg væl, men talan er eisini um góð avrik frá b, c, d… Okkara felag er nú komið á vindmegi 10, og um alt gongur sum tað skal, so kemur tað skjótt upp á vindmegi 11, 12… o.s. fr. Hjá einum gomlum hoyvíkingi, ið hevur verið part­ur av hesum, fyrr so ivasama felags­ skapi, sein­astu gott 35 árini og hevur upplivað bæði góðar og ringar tíðir, er hesin veruleikin sera fløv­andi, men tó so, eisini eitt sindur ræð­andi. At vit nú skapa góð úrslit í H71 er sanniliga ikki av tilvild, – tendensurin hevur víst rætta vegin í nógv ár og málini sum vit settu okkum, hava verið tikin so líðandi. Lønin fyri hart arbeiði fæst oftani ikki fyri enn rúm tíð er gingin, og soleiðis er eisini hjá okkum. H71 hevur altíð verið „manchuevenistiskt“, segði

26

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

onkur, men her er komin vend í. Um vit hyggja eftir gentusíðini hjá H71, so gera vit rættu­ liga um okkum í kappingini til og við gentir 14. Okkara gentulokomotiv er farið væl frá „START“, so nú er bara at syrgja fyri, at halda uppá og við tíðini fáa nýggjar góðar og snildar fýr­bøt­arar sum duga at lempa kol í ketlarnar, soleiðis at ferðin verður hildin inn í fram­ tíðina. Aftur til venjarafrágreiðingina. Tað, sum er hent í ár, í mun til undanfarin ár er, at vit nú hava fingið fatur í fleiri ungum og góðum kreft­um frá AA til at hjálpa til við venj­ingini. Hesir ungu menn virka framúr væl sum venjarar hjá teimum ungu. Eitt nú so havi eg fingið bæði Boga Davidsen og Ára J. Olsen sum hjálp­ ar­venjarar, og hevur hetta gjørt venj­ing­ina nógv meiri fjølbroytta og spenn­andi. Møgu­leiki er nú fyri at hava ein „reyðan tráð“ í venj­ing­ ini frá AA og niður til dr. 16, soleiðis at ungu leik­ararnir kunnu „modulerast“ klárir til tey krøv, sum verða sett til ein leikara á AA, bæði tekn­iskt, fysiskt og mentalt. Hjá dr. 16 eru um 20-25 spælarar til venjing hvørja ferð, og hjá dr. 18 eru millum 6-8 spæl­ ar­ar. Tvs. at vit eru millum 22 og 28 mans til hvørja venjing. Venjingin byrjar altíð við eini felags upphiting, síðani fysiskari/konditións venj­ing, og síðandi verður farið til tekniska venj­ing. Síðani plaga vit at býta í tveir bólkar, har yngru dr. 16 fara í ein bólk at venja fyri seg, og eldru dr. 16. og dr. 18. fara í hin bólkin. Í dr 16 hava vit tvey lið og í dr 18 hava vit eitt lið. A liðið hjá dr. 16 hevur vunnið allar sínar dystir, og b-liðið hevur tapt ein og vunn­ið ein. Hjá dr. 18 hevur eisini gingið væl, og hava teir vunnið allar sínar dystir. Tað er ikki nøkur loyna at vit vilja fara eftir at blíva


meist­ar­ar í báðum deildum, men nú fáa vit at síggja hvussu leikur ferð. Í dr. 16 eru tveir av stammleikarunum nú á Viborg Handball College og ein í Oure, og stutt­ligt er at síggja hvussu nú nýggir leikarar taka ábyrgd fyri liðinum. Stuttligt var eisini at síggja seinast b-liðið spældi, hvussu nógvir av leik­arunum royndu seg á nýggjum plássum, bjóðaðu av og sum heild spældu sera væl. B – liðið kemur at fáa nógvar torførar dystir í ár, men tað brynjar teir til næsta ár, tá teir uttan iva fara at verða oddalið í d 16. Hjá dr. 18 eru menn væl fyri og venja fleiri av teimum eisini saman við teimum vaksnu. Tað er sera sjónligt, tá ið vit leika dystir, hvussu nógv betri vit eru fyri kropsliga í mun til hini liðini í deildini. At vit eru byrjaði tíðliga at venja harða kropsliga venj­ing, gevur longu nú úrslit.

At enda vil eg bara siga, vegna Boga, Ára og meg sjálvan, at vit vóru eitt sindur spentir uppá at síggja hvussu tað fór at blíva í ár, at hava dr. 16. og 18. saman til venjing. Talan er um árgang 94,95,96 og 97, so tað sigur seg sjálvt, at munur er á hvussu teir kropsliga eru fyri. Nú vit hava vant í nakrar mánaðir kunnu vit stað­festa, at hetta riggar sera væl, og fara vit eisini framyvir at miða ímóti at geva øllum leik­arunum hóskandi avbjóðingar. Hetta kapp­ ing­arárið verður langt, tí vit ætla at enda kapp­ ing­ina í Partille Cup fyrst í juli mánaði, so tað er bert at dríva á. Heilsan venjaratoymi hjá dr. 16. og 18. Gunnar, Bogi og Ári

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

27


HOYVÍKSHØLLIN Kl. Mánadag

06.30 07.00 15.00 15.30 16.00 16.30 17.00 17.30 18.00 18.30 19.00 19.30 20.00 20.30 21.00 21.30 22.00 22.30

Týsdag

G14/G17 G14/G17 D12 D12 D10 D10 D10 G10 G10 AA AA AA D14 D14 G17/Kvinnur G17/Kvinnur G17/Kvinnur

D12 D12 D10 D10 G12 G12 G14 G14 AA AA D14 D14 D16/D18 D16/D18 D16/D18

Deildir

Viðmerkingar

AA

Mánadag: møta kl. 18 (renni­skógv­ar og uttan­ dura­klæðir), týsdag: crossfit kl. 17.30, hósdag: crossfit kl. 18.30, fríggja­dag: møta kl. 18.00 (renni­skógvar og uttan­dura­klæðir)

D16/D18 D16/D18 G14 G14

G10

D12

Fyribils eru venjingarnar mána­dag og týsdag. SvL hósdag kl. 19.30-20.30 og fríggjadag kl. 20.00-21.00

D10

Mánadag byrjar venjingin í Hoy­víks­høllini kl. 15.30.

KV G17

Venjarayvirlit H71 kappingarárið 2012/2013 Deild Heiti Navn AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA AA D16 D16 D16 D14 D14 D14 D12 D12 D12 D10 D10 D10 D10 G17 G17 G14 G14 G14 G12 G12 G10 G10 G10 D8 D8 G8 G8 U6 Ungdóms

Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Málmansvenjari Kroppsligur venjari Liðleiðari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálpari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Málmansvenjari

G12 G12 D10 D10 D10 AA AA AA D16/D18 D16/D18 D16/D18

D14 D14 G14 G14 AA AA G17/Kvinnur G17/Kvinnur

G12/G10 G12/G10 Kyndil

Mánadag og hósdag byrjar venj­ing­in í Hoyvíks­ høllini kl. 16.30. Morgun­venjingin fríggjadag er saman við G10 Hoyvíkshøllin fríggjadag kl. 14.00-15.00

U8

Umframt venjingina í Hoyvíks­høll­ini venja U8, bæði gentur og dreingir, í Skúlanum við Løg­ manna­breyt hvønn týsdag kl. 16.30-17.30

U6

Venjing hvønn týsdag kl. 17.30-18.30 í fimleikahallunum í Skúla­num við Løgmanna­ breyt. Byrjað verður týsdagin tann 2. oktober.

Petur Mittún Halgir Dahl Olesen Jens á Skipagøtu Snorri Patursson Lars Tornefeldt Rene Dahl Olesen Gunnar Djurhuus Bogi Davidsen Anna Dam Rógvi Sørensen Halgir Dahl Olesen Sigmundur Dahl Bogdan Florea Janet Johannesen Hallur Biskopstø Petur Mittún Jens Skipagøta Rúni Poulsen Karl Oddmar Rasmusen Fríðrikur Jakobsen Kristian Dan Sørensen Petur Martin Johansen Andor Sivertsen Rene Dahl Olesen Hallur Danielsen Tróndur Arge Tróndur Joensen Hendrik Egholm Ann Ellefsen Rúni Højgaard Høgni Olafsson Eindri Frýdal Páll Mortensen Beinta Ejdesgaard Ári Egason Dam

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

Fríggjadag

Viðmerkingar

G14 G12

Hósdag

D14/D16 D14/D16 Neistin

Deildir

D16 D14

28

Mikudag

D10/D12 D10/D12 G12 G12 U8 U8 G10 G10 ÍA

Tlf

21 82 84 54 90 10 28 03 25 22 28 14 26 62 87 54 90 10 21 90 82 27 67 04 51 90 82 25 21 19 54 90 10 27 61 31 58 15 69 21 22 11 51 76 06 21 82 84 28 03 25 21 11 11 50 83 38 27 50 74 25 02 15 29 62 60 50 71 29 54 90 10 23 96 15 31 55 57 27 26 28 23 74 10 51 56 85 26 14 15 58 56 31 27 48 04 59 72 01 72 35 52 51 20 90

Teldupost

peturmittun@gmail.com halgir@faroeship.fo jens.a.skipagoetu@skulin.fo snorripatursson@hotmail.com lars_tornefeldt.hotmail.com renedo@faroeship.fo gunnardjurhuus@gmail.com bd0206u7@skulin.fo ad@lawfirm.fo rs0504e7@skulin.fo halgir@faroeship.fo sigmundur_14@hotmail.com simoni_k_06@yahoo.com jj@atlanticon.fo hillar_1993@hotmail.com peturmittun@gmail.com jens.a.skipagoetu@skulin.fo runi@smyril-line.fo karlor@live.dk fridrikur@email.com kridazo93@gmail.com koffiann@olivant.fo andor95@gmail.com renedo@faroeship.fo had@sbw trondurarge@hotmail.com tjoensen@hotmail.com hendrik@magn.fo annellefsen@gmail.com runi_hoyvík@hotmail.com hognio@yahoo.com eindri94@hotmail.com pm3012f3@skulin.fo beintaej@hotmail.com aed@eik.fo


tÁ r Æt t sk a l v er a r Æt t

a Dvok at sk r I v stova n h a l g i r wi n t h e r Pou l s e n , a d v. Fr í ð a Pa t u rs s on , a d v. ó l a já k u p k ri s t of f e rs e n , a d v. C h ri s t i a n a n d r e a s e n , a d v. n i e l s wi n t h e r Pou l s e n , a d v. j óg v a n e . wi n t h e r Pou l s e n , a d v. e yð b j ør n l a rs e n , a d v. b i r i t a s . s a m u e l s e n , a d v.

Frúutrøð 4 · Postboks 6 · Fo-110 tórshavn teleFon: (298) 33 35 FAL35DAR I 2· 0teleFax: 1 2 - 2 0 1 3(298) 35 33 36 · www.jura.Fo 29


Mazda6

Mazda6 Premium Hatchback 2,0 Besin 155HK 17” Alu-felgur - 2-deilt klimaanlegg - Fartpilot - Armlen framman - CD-vekslari (6 stk.) Regnsensor - Tokulyktir - Koyritelda - Rustviðgerð - Metallakk

Prísur við levering kr. 298.850,-

www.mazda.fo

30

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3



Føroyaprent 314555

Matstovur keypa gass og køksútbúnað

Vælkomin inn á gólvið hjá okkum … her finnur tú altíð okkurt!

frá

32

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

33



FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

35


Nær kom súreplið til Føroya? Seinasta sunnudag við Faroe Ship, sjálvandi!

Góð sambond síðan 1919

36

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3


Hin e l e k t r i s k i stólurin Navn Aldur

Elberg Elias Kleyttheyggj 16 ár

1) Hví heldur tú, at allar superhetjur eru í undirbuksum? Vildi tað verið kul, at verða ein superhetja uttan undirbuksir? 2) Heldur tú, tað ber til at gráta undir vatni? Tað ber altíð til at gráta, men tárini síggjast ikki. 3) Hvør AA-leikari er kulast; og hvør er løgnast? Ári Egason Dam er kulast.  John Andor Í Horni Sivertsen er løgnasti. J 4) Hvønn persón samaber tú teg onkuntíð við – í allari hemmiligheit? Jens á Skipagøtu, av tí at hann er tann mál­ maðurin, sum eg havi sæð mest upp til. 5) Hvat ert tú mest bangin fyri: at gera tingini rætt, ella gera tey røttu tingini? At gera tingini rætt.  6) Nevn okkurt, bara okkurt!, sum kundi gjørt H71 og Hoyvíkina betri? Eina útbygging av Hoysvíkshøllini, so tað blivu tveir vallir. Hettar hevði givið møguleikar fyri fleiri venjingartímum. 7) Nevn 71 grundir til, hví tað er so stuttligt at spæla hondbólt í HoyvíkJ? Allir teir umleið 71 persónarnir, ið man kennir frá hondbóltsvenjingini seinnu árini. 

„Eg eri málmaður í d16“

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

37


TEY SVØRTU TØLINI Dystaryvirlit hjá H71 í Atlantic Airways deildini

Støðan Atlantic Airways deildin

Dato

Heimalið Útilið

Úrslit Nr. Lið

Dystir V.m T.m. Munur Stig

23.09.2012 Kyndil

H71

25-27

1 KÍF

6 188 136 52 11

30.09.2012 H71

Neistin

24-23

2 Kyndil

5 139 123 16 7

07.10.2012 H71

KÍF

27-31

3 VÍF

5 139 119 20 6 5 134 136 -2 6

13.10.2012 StÍF

H71

31-26

4 H71

04.11.2012 VÍF

H71

26-30

5 StÍF

5 132 119 13 4

07.11.2012 H71 T. Klaksvík

6 Neistin

5 109 122 -13 2

11.11.2012 H71

Kyndil

7 T. Klaksvík 5

18.11.2012 Neistin

H71

25.11.2012 KÍF

H71

01.12.2012 H71

StÍF

14.12.2012 T. Klaksvík H71 22.12.2012 H71

VÍF

06.01.2013 Kyndil

H71

12.01.2013 H71

Neistin

20.01.2013 H71

KÍF

03.02.2013 StÍF

H71

23.02.2013 H71 T. Klaksvík 03.03.2013 VÍF

H71

10.03.2013 H71

Kyndil

13.03.2013 Neistin

H71

23.03.2013 KÍF

H71

27.03.2013 T. Klaksvík H71 14.04.2013 H71

StÍF

20.04.2013 H71

VÍF

38

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

82 168

-86

0


LIÐINI HESUFERÐ H71

KYNDIL

Málmenn:

Málmenn:

1 Ári Egason Dam

Jógvan R. Isaksen

12 Tóraldur Kollsker

Erlendur Johannesen

Útileikarar:

Útileikarar:

4 Rúni Vest Højgaard

Hans Áki D. Christiansen

14 Sigmundur Dahl

Josef Abrahamsen

2 Rógvi Sørensen

Birgir Poulsen

15 Sigmundur Nolsø

Frank Askildsen

17 Hallur Biskupstø

Ludvík Súnason

13 Bogdan Florea

Andrias Sólsker

9 Ári Jógvansson Olsen

Rógvi D. Christiansen

7 Bogi Gaard Davidsen

Høgni Klein Olsen

5 Høgni Djurhuus

Hørdur Sigtórssón

6 Tróndur Arge

Finnur Hansson

10 Poul Kjartan Dam 3 Niels Viggo Niclasen

Høvuðsvenjari:

Petur Mittún

Venjari:

Halgir Dahl Olesen

Venjari:

Bárður Johannesen

Málmansvenjari: Jens á Skipagøtu Liðleiðarar:

Andrass Marr Poulsen, Lars Tornefelt og René Dahl Olesen

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

39


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.