Skip to main content

H71-Faldari-1-2026/2027

Page 1

EUROPA CUP 2026

Mynd: Gudmund Helmsdal

DYSTARSKRÁ 1 /

Fríggjadagin 2. oktober Kl. 19.00 / HB Dudelange - H71 Leygardagin 3. oktober Kl. 19.00 / H71 -HB Dudelange

HOYVIKSVØLLURIN Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4


Mynd: portal.fo

ODDAGREIN

KAPPINGARÁRIÐ ER BYRJAÐ Nú kappingarárið 2026 er bríkslað í gongd, sita tygum aftur við aftur­ vendandi leik­faldara okkara á skíggja­ num og fer H71, eins og undanfarin ár, at leggja upp faldarar regluliga, har tikið verður samanum leikgongdini í árinum, umframt at annað viðkomandi tilfar fær umrøðu. Trý umfør eru leikt í landskappingini hjá kvinnum og fýra hjá monnum higar­til og kann ikki sigast annað enn at vit hava lagt væl frá landi í báðum deildum. Lið okkara hava snøgt sagt vunnið allar sínar dystir og liggja einsamøll á odd í kappingini við full­ari úrtøku bæði hjá monnum 2

og hjá kvinn­um. Kvinnurnar við einum málmuni á 35 málum og menninir við einum málmuni á 38 málum. Liðini hava ikki verið pressaði í nøkrum dysti og hava avrikað sannførandi. Hjá kvinnunum er serliga at viðmerkja at nýggjur høvuðsvenjari er settur, nevniliga Jórun Ludvig, og tikist hon at hava sera gott tak á kvinnuliga leikhópinum. Hetta smittar ásýniliga av á leikvøllinum og er langt síðani at ein hevur sæð kvinnur okkara leika við slíkari leikgleði og við slíkum sálarligum yvirskoti. Tað er ein fragd at síggja. Nakað er av tilgongd í okkara egnu ungu leikarum, sum eru


vorðnar tað eldri og tí leika við í frem­ stu deildini og sum heild er hópurin eldur og styrknaður og tað búnari, bæði leikliga og menniskjaliga. Hjá monnunum er venjaratoymið hitt sama sum í fjør og við Djóna á odda, er einki at ivast í, at skútan verður stýrd við sera tryggari og neyvari hond. Í hópinum hava vit fingið tilgongd av eitt nú Jónasi Djurhuus, ið er fluttur heim eftir at hava verið uttanlanda í longri áramál, og styrkir hetta um serliga álopsspælið. Annars er mest ásýniliga broytingin frá í fjør, at hópur okkara, ið sum kunnugt er sera ungur, er blivin tað eldri og royndari og tí er styrknaður munandi.

Satt at siga, hev­ur manshópurin ney­ van nakran­tíð verið sterkari enn hann er í ár og er einki at taka seg aftur í, at vit vænta okkum nógv av honum í ár. Bæði kvinnuliðið og mansliðið skulu l eika í europeisku kappingini nú í næst­um. Kvinnurnar nú um vikuskift­ ið tveir dystir í Hoyvíkshøllini ímóti HB Dudelange úr Luxemburg og menninir síðst í oktober heima og úti ímóti liði úr Split í Kroatia. Við verandi styrkisstøðu hjá liðunum í huga, er neyvan ivi í, at vit eiga ein rími­ligan dag at havt møguleika fyri at koma víðari í báðum deildum.

3


EUROPA CUP

2026/2027

SÚKKLA FYRI

Blív stuðul til “Súkkla fyri Europa Cup”, sum verður í BURN á Berjabrekku leygardagin 3. oktober kl.15.00

- Hans Jacob Thomsn - Margith Lamhauge - Áki Vang Poulsen - Jónrit Marinardóttir - Tórhalla Dam - Niels Mortensen - Niels W. Poulsen - Petur Even Djurhuus - Anja Weyhe - Óli Samró

- Andras Marr - Katrin Hofgaard - Pól Huus Sólstein - Ann-Mari av Skarði - Beinta Ejdesgaard - Petur Skeel Dahl - Lena Ziskason - Mortan Carlsen - Sámal Sivertsen

Sum stuðul ert tú vælkomin at stuðla einum ávísum súkklara, ella tiltakinum “Súkkla fyri Europa Cup”. Hevur hetta tín áhugað, kann stuðulin flytast á kontonummar

9870 - 101.282.8 og viðmerk navnið á tí tú stuðlar ella “Súkkla fyri Europa Cup” CMYK: 0.100.80.0

Pantone: 185 C

TAKK FYRI STUÐULIN


wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

5


2024/2025

Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving Bílegg borð á angus.fo

6


ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo

7


8


P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN

9


1 12 4 44 88 23 99 22 9 8 11 7 5 3 6 2 10 27 28 14 25 16

10

Alda av Skarði Anita Dahl Anna Christiansen Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe Elida Joensen Fríða Eysturtún Rubeksen Guðrið Bogadóttir á Borg Hedvig Zachariasen Karina Debes Heinesen Karin Egholm Lukka Arge Maria Halsdóttir Weyhe Lilja Skaalum Vilhelm Maria Vilhelmsen Ludvig Marta Agnarsdóttir Højgaard Rakul Christiansen Ronja Ranadóttir Sára Berg á Lag Solveig Guðmundsdóttir Ripley Sunniva Bogadóttir Øre Lív Berg á Lag Maria Beder

Høvuðsvenjari: Hjálparvenjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:

Jórun Skylv Ludvig Ári E. Dam Rakul Napoleonsdóttir Beinta Wardum Ingilín Holm Sebastian Christensen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:

Lið:

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.

H71 Stjørnan Neistin Víf EB Kyndil Stíf

3 3 3 3 3 3 3

102 126 104 118 95 95 77

67 128 103 100 101 98 120

35 -2 1 18 -6 -3 -43

6 5 5 4 4 2 2


1 12 16 2 4 8 11 14 15 18 22 24 25 30 37 38 45 46 63 82 91 97

Torstein Sivertsen Tóraldur Kollsker Micah Wardum Ragnarsson Helgi Hildarson Hoydal Sofus í Selvindi Hugin Halgirsson Jónas Gunnarsson Djurhuus Boas Ellefsen á Skipagøtu Haraldur Karlsson Helgi Jakob Halldorsson Axel Holm Simonsen Niklas Højgaard Hanusson Petur Tóri Jacobsen William N. Djurhuus Ragnar Heinason Høgni Heinason Peter Krogh Suni Dalsgaard Brian Slyne Julian Joensen Jónas Fossabrúgv Hanus Gunnarsson

Høvuðsvenjari: Djóni Gaard Joensen Hjálparvenjari: Hans Kári Hansen Hjálparvenjari: Dánjal Tórgarð Málmansvenjari : Ári E. Dam Fysioterapeut: Sebastian Christiansen Styrkivenjari Heri Ziska Liðleiðari: Sámal Paulason

CMYK: 0.100.80.0

Pantone: 185 C

BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:

Lið:

Dystir

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.

4 H71 4 Víf Neistin 4 4 Kyndil 4 Kíf 4 EB 4 Stíf Tm.Klaks. 4

V.M

T.M

Munur

Stig

155 136 132 134 133 102 119 92

117 131 110 118 127 125 150 125

38 5 22 16 6 -23 -31 -33

8 6 6 4 4 4 0 0

11


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA

»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELSA ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD JÓNSDÓTTIR JOHANSEN GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 12


13


Hópurin

Venjarar

51 77 3 15 5 17 81 46 7 18 11 4 29 57 66 16 10 8 20 23

Boillot Pierre Claude Jean Dickes Anna Maria Didion Luc Dufour Willy Pierre Molitor Mikel Poeckes Alain Jean-Marie

14

Barcadoro Chiara Caruso Zoé Ciufoli Laura Dautaj Dea Dickes Sharon Gambini Svenia Gomes Baptista Stefani Hoé Emeline Jominet Sam Krier Joy Kupke Sarah Mputu Lozano Paula Ndenwadie Samantha Marcy Salvucci Morgane Scheuren Lola Sequeira Christelle Steffen Lara Willems Laura Wirtz Joy Zamfir Andreea-Alexandra


Eitt av teimum mest merkisverdu avriku­ num hjá liðnum í seinastuni var EHF European Cup 2024/25, tá HBD Dude-

lange kom víðari til triðja umfar eftir ein minniligan sigur á niðurlendska Veneco Velo. Samleikin hjá liðnum er bygdur á eina sterka raðfesting av ungdómsmenning, har meginparturin av hópinum er mann­ aður við heimaleikarum, sum eru mentir innan felagið. Hetta kappingarárið er byrjan­in til eitt nýtt kapittul, tí fleiri lykla­ leikarar eru farnir frá og ein røð av royn­ dum nýkomnum eru komnir í hópin.

HÁGÓÐSKA ÚR NORÐURATLANSHAVI

sansir.fo

Um liðið HBD Dudelange er eitt av teimum bestu feløgunum við kvinnuhondbólti í Lux­ emburg, og hevur eitt met við 25 lands­ kappingum og 15 Luksemborg Cup sigr­ um. Sum verandi Luksemborgsmeistari hevur felagið etablerað seg sum fastan luttakandi í europeiskum kappingum, og umboðað Luksemburg í EHF European Cup næstan árliga.

Bakkavegur 62, FO-530 Fuglafjørður, Tlf 777000, www.pelagos.fo

15


Megnarkvinnur og menn á odda fyri H71kvinnunum SKRIVAÐ HEVUR: HØGNI HOYDAL

Tað eru kvinnur og menn við drúgvum royndum í føroysk­um hondbólti, sum í ár hava tikið við ábyrgdina av H71-kvinnunum. Eftir eina krútsterka byrjan í lands­ kappingini, eru tey nú til reiðar til teir báðar Europa-Cup dystirnar í Hoyvíkshøllini 2. og 3. oktober móti HB Dudelange úr Luksemburg

Hetta mánakvøldið undan teimum báðum Europa-Cup dystunum hjá H71-kvinnunum um vikuskiftið, er Hoyvíkshøllin á tremur við nærløgd­ 16

um kvinnum: H71-kvinnurnar, sum kýta seg í venjingini. Og á síðulinjuni standa í kvøld Jórun Ludvig, høvuðs­ venjari, og Rakul Napoleonsdóttir,


hjálparvenjari, og díkja á leikarar­ nar og vegleiða við væl skipaðum venjing­arlutum. Umframt Jóruna og Rakul, er Ári Dam hjálparvenjari. Sebastian Christiansen er kropsligur venjari. Ingilín Holm er fysioterapeutur. Og Beinta Wardum er liðleiðari. Nýggja venjaratoymið hevur ikki sam­starvað á hendan hátt áður. Men talan er um eitt toymi, sum hevur ómetaliga nógvar royndir og dygdir í føroyskum hondbólti gjøgnum mong ár. Sum leikarar, venjarar, hjálparar og stuðlar í ymsum feløgum, ymsum ítróttarvirksemi og í landsliðarbeiði. Upp í leypar av fjølbroyttum royndum Men Jórun og Rakul kenna hvørja

aðra burturúr væl sum leikarar. Tær vóru i mong ár kjarnan á besta kvinnuliðnum hjá Kyndli. Og leiktu báðar á A-landsliðnum hjá kvinnum í 00’unum. Jórun Ludvig var hondbóltsúrmæl­ ingur úr Vági, áðrenn hon flutti til Havnar og Kyndil. Eisini hevur hon leikt við Neistanum. Hon hevur verið hjálparvenjari hjá Kyndilskvinnum og síðani høvuðsvenjari hjá hondbólts­ felagnum Tjaldur. Saman við Mark Lausen-Marcher er hon eisini ung­ dómslandsliðsvenjari hjá kvinnum í 2010-árganginum. Rakul Napoleonsdóttir hevur umframt at vera framúr leikari hjá Kyndli eisini leikt fótbólt í B36. Hon hevur verið íðin venjari hjá ungdómsliðum í hond­ bólti í mong ár, umframt at gera stórt 17


sjálvboðið arbeiði fyri feløg í fleiri ítróttargreinum – og í samfelagshøpi sum heild. Saman við Ára Dam, ið hevur roynt so nógv sum leikari, venjari og mál­ mansvenjari fyri feløg og land, hava venjararnir sostatt upp í leypar av fjøl­ broyttum og samansettum førleikum. Málið er greitt: At røkka báðum fin­ alum og koma víðari í Evropa Og byrjanin hjá venjaratoyminum hev­ur verið frálík. H71-kvinnurnar hava greitt vunnið allar sínar fyrstu tríggjar dystir í landskappingini. Ímóti StÍF, VÍF og Stjørnuni. 18

“Vit eru sera fegnar um møguleikan og móttøkuna sum venjarar í H71”, siga Jórun og Rakul, og leggja aftur­ at: “Hetta er ein sera evnaríkur hópur av leikarum. Hóast allar eru ungar, hava vit eina blanding av sera royndum og ungum leikarum. Landsliðsleikar­ ar, ið longu hava nógvar landsdystir á baki. Og so blaðungir leikarar frá ungdómsdeildunum, ið kappast um øll pláss og vísa stórar dygdir. Miðalaldurin er undir 20 ár á liðnum. Nú Maria Beder er komin heim aftur úr Íslandi, hava vit harafturat ikki færri enn fýra góðar kvinnur í máli­


num, sum kappast um spælitíðina. Byrjanin hevur verið góð, har tríggir dystir í landskappingini vóru spældir innan stutta tíð. Og okkara fyrsta mál er at koma í bæði steypafinaluna og FM-finaluna. Vit vilja eisini víðari í Evropa.” Lykilin er kvikleiki og afturrenning – og áskoðarar. Seinastu fyrireikingarnar til teir báðar Europa-Cup dystirnar ímóti HB Dude­ lange úr Luksemburg um vikuskiftið verða nú framdar.

“Vit hava hugt nærri at mótstøðulið­ num. Ein avbjóðing verður at steðga teirra skjótálopum, tí tær renna kontra upp á alt. Lykilin verður tí millum annað afturrenningin hjá okkum. Harafturat hevur tað alstóran týdning fyri okkum, at vit hava fingið báðar dystirnar í Føroyum og í Hoyvíkshøll­ ini. Tað kann gera allan munin, at nógvir áskoðarar møta at stuðla okkum í høllini bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið”, sigur Jórun Ludvig, høvuðsvenjari. Báðir dystirnir byrja kl. 19.00.

19


AnniJanni

Lætt og t g i l t t u t s

Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta

ss.fo SS-FOKUS ann A5.indd 1

20

24/09/15 15.39


hiddenfjord.com

21


22


23


Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo

TÍTT FLUTNINGSFELAG

SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN 10 TÓRSHAVN 24


Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

25


26


HØVUÐSVEITARI ER HOYVIKSVØLLURIN Sp/F GRETTIR Fyrsti FIFA QUALETY PRO Vøllurin ervøllur WA2 góðkendur góðkendur í Føroyum. JUTA MASTER 40/200 á EL25

20

2017-2018

27


Dreymar um Europa Cup slóðaðu fyri Tá føroyskur hondbóltur í 1972 fekk fyribilslimaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF, var tað endin á eini tilgongd, sum byrjaði við, at nakrir ungir mans í Havn droymdu um, at teir við Kyndli skuldu sleppa at spæla Europa Cup.

Fyrsta føroyska luttøkan var sama ár, tá mansliðið hjá Kyndli í nýbygdu høll­ini á Hálsi í Havn spældi móti fins­ ka meistaraliðnum IFK Helsingfors. Hesi árini í 70’ unum spældu menninir hjá Kyndli fleiri europeiskar dystir. Hjá kvinnunum var tað hitt havnar­ felagið, aldursforsetin Neistin, sum slóðaði fyri í europeiskum saman­ hangi, tá kvinnurnar spældu ímóti pólska meistaraliðnum KS Ruch í januar í 1979. Eftir C-HM, sum var í Føroyum í 1980 og upp gjøgnum 80’ ini luttóku serliga fremstu føroysku mansliðini

28

í Europa. Hvør minnist ikki legend­ arisku dystirnar hjá VÍF móti CSKA Moskva úr Sovjetsamveldinum í 1984 og Tusem Essen úr Vesturtýsklandi í 1987 og teir hjá Kyndli móti íslendska Vali í 1988? Seinni hava menninir hjá Neistanum og kvinnurnar hjá Stjørnuni spælt fleiri europeiskar dystir, og eisini kvinnurnar hjá Kyndli luttóku tað eina árið. H71 í Europa Fyrsta Europa Cup luttøkan hjá H71 var tá menninir í 2019 heima í Føroy­


Mynd: hsf.fo

um spældu móti slovenska liðnum Maribor Branik. Vit vunnu fyrra dystin dystin, men taptu tíverri samanlagt. Kvinnurnar hjá okkum luttóku fyrstu ferð tvey ár seinni í 2021. Og tað var vorðið sum byrjan, tí H71 spældi seg heilt í fjóðringsfinaluna, tá tær taptu móti ukrainska meistaraliðnum Galvy­ chanka Lviv. Harvið skrivaðu kvinnur­ nar søgu við greitt besta samlaða úrslitinum hjá einum føroyskum liði í Europa Cup samanhangi nakrantíð. Hetta árið var somuleiðis fyrstuferð, at europeiskir dystir vóru spældir heima í Hoyvíkshøllini, tá okkara kvinn­ur sendu Spono Eagles úr Sveis

úr triðja umfari tað árið. Hesi árini síðani 2019 hava liðini hjá H71 – kvinnur og menn – luttikið á hvørjum ári og spælt meir enn 30 Europa Cup dystir, og tað at lut­ taka í Europa er blivið ein fastur og avgerandi partur av kappingarárinum. Vit kunnu kalla tað hæddarpunktið um heystið, og tá tað hevur gingið serliga væl, hava vit framhaldandi verið við um várið. Fleiri og fleiri føroysk lið luttaka í Europa Í dag eiga Føroyar fýra pláss hjá kvinn­um og monnum í European 29


Mynd: in.fo

Cup, sum er triðfínasta liðkappingin hjá europeisku hondbóltssamgonguni EHF, aftaná Champions League og European League. Í hesi kappingini eru treytirnar lagaligari, bæði í mun til karmarnar og í mun til tað fíggjar­ liga. Saman við spennandi ítróttarligu avbjóðingini hevur tað haft við sær, at fleiri og fleiri føroysk feløg seinnu árini eru farin at luttaka við teirra liðum

30

í Europa, og tað er sera gleðiligt og mennandi fyri føroyskan hond­ bólt. M.a hava mennirnir hjá StÍF og kvinn­urnar hjá VÍF spælt sínar fyrstu europeisku dystir. Kappingarárið 2026/27 luttaka, um­ framt kvinnur og menn hjá H71, bæði liðini hjá VÍF, mennirnir hjá Kyndli og kvinnurnar hjá Neistanum, altso seks føroysk lið í European Cup.


SANSIR

Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

31


Vit skapa meira enn køkar. Vit skapa rammurnar um tað góða gerandislívið …saman við tær. Fá íblástur á designa.dk XL-BYG BORG | TÓRSHAVN TEL. 350500 · KLAKSVÍK TEL. 455119 · GLYVRAR TEL. 477272

32


33


H71-skútan er sjósett til kappingarárið 2026/27 Eftir at H71-skútan hevur ligið við bryggju eina stutta tíð, har ymiskt viðlíkahald er gjørt - aðalfundurin er hildin, venjarar eru komnir upp á pláss, og kósin fyri komandi kapping­ aráðið er sett, hevur hon nú loyst frá landi – og er komin væl frá byrjan. Landskappingin hjá bestu kvinnu- og mansliðunum er byrjað, og higartil hevur gingið sum eftir ánni. Menninir hava spælt fýra dystir og hava átta stig, meðan kvinnurnar hava spælt tríggjar dystir og hava seks stig. Bæði liðini liggja sostatt á odda í sínum deildum við fullum stigatali. Í ár hevur nevndin eisini tikið avgerð um, at bæði kvinnurnar og menninir skulu royna seg í European Cup. Kvinnurnar spæla sínar fyrstu dystir nú komandi vikuskifti móti HB Dude­ lange úr Luksemburg – fríggja- og leygarkvøldið kl.19.00. Menninir skulu royna seg móti MRK Trogir úr Kroatia. Fyrri dysturin verður leiktur á heimavølli 17. oktober kl. 18.00, meðan seinni dysturin verður leiktur 24. oktober í Trogir, tætt við Split í Kroatia. Vit hava áður møtt júst hesum liðnum í Trogir har vit vóru júst ov stutt. Í ár ætla vit tað øðrvísi. Vit ynskja báðum liðum allarbestu eyd­nu á evropeiska sjónum, og vónandi halda bæði liðini kósina inn í næsta umfar. 34

Nýggj manning á brúnni Seinast í august var aðalfundur í felagnum, har millum annað rokn­ skapurin varð lagdur fram, og nevnd­ ar­val var á skránni. Roknskapurin vísti eitt sera positivt úrslit, og tað er at fegnast um. Tá ið komið varð til nevndarvalið, hildu sjey fram á brúnni, tríggir nevndarlimir mynstraðu av, og tveir nýggir mynstraðu umborð. Tey, sum halda fram, eru Anna H. Dam, René D. Olesen, Emy Sólvits­ dóttir, Ann-Mari B. Mouritsen, Eyðun Joensen, Jóanna Djurhuus og Beinta Fossádal. Teir, sum mynstra av, eru Alfred Jacobsen, Petur Skeel Dahl og Jóhan Lamhauge. Vit vilja við hesum siga teimum hjartans tøkk fyri teirra íkast og arbeiðið fyri felagið.


Nýggju menninir umborð eru Ragnar Simonsen og Tummas Vinther. Vit ynskja Ragnari og Tummasi blíðan býr og hepna hond við arbeiðinum umborð á H71-skútuni.

H71´arar í fremmandum sjógvi Nógvir eru teir H71-arar, sum gjøg­ num árini hava valt at mynstra umborð á skútur úti í heimi. Tað, sum einaferð var heldur sjáldsamt, er í dag vorðið ein natúrligur partur av søguni hjá felagnum. Ungir spælarar, sum hava tikið síni fyrstu hondbólts­ stig í Hoyvíkshøllini, spæla í dag við feløgum kring í Evropa. Fyri H71 er hetta sjálvandi ein miss­ ur, tá ið dugnaligir spælarar fara av landinum. Men samstundis er tað eisini nakað, vit kunnu vera errin av. Tað vísir, at arbeiðið, sum venjarar, leiðarar og óteljandi sjálvboðin hava lagt í barna- og ungdómshondbóltin í felagnum, ber ávøkstur.

Systkinabørnini, Óli og Elias skulu væntandi í komandi kappingarár møtast í donsku kapp­ ingini og allarhelst berjast um oddin – tá verður tað nokk sum í kvæðinum, Ormurin leingi: „Løgdu teir knørr við knarrarborð, hvørgin vildi flýggja; høvur og kroppar í havið tumla, øðiligt var at síggja.“

Tað nýggjasta at frætta er, at Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur tikið avgerð um at mynstra umborð hjá Aalborg frá kappingarárinum 2027/28. Avtalan er galdandi í fýra ár. Vit ynskja Eliasi hjartaliga tillukku og góða eydnu á ferðini – ella, sum danir plaga at siga “god vind”!

35


Mynd: in.fo

Royndirnar koma heim aftur Samstundis sum nýggir H71-arar seta kós út í heim, eru eisini gamlir kenningar, sum eftir fleiri ár á frem­ mandum sjógvi venda heim aftur til felagið og vilja lata sínar hond­ bóltsroyndir koma felagnum til góðar. Millum teirra eru Helgi Hoydal og Jónas G. Djurhuus, sum nú eru vendir heim aftur. Við sær í viðførinum hava teir royndir, vitan og íblástur frá hondbólti á altjóða stigi. Hetta er ein stór styrki hjá H71. Tey, sum einaferð sjálv vórðu uppald í felagnum og fóru út at royna veingir­

36

nar, kunnu nú vera við til at menna næsta ættarlið av ungum H71-arum – og gera teir klárar til ein dag sjálvir at fara úr reiðrinum og seta kós út í hondbóltsheimin. Soleiðis gongur ringurin runt: H71 mennir spælarar, heimurin gevur teimum royndir – og royndirnar koma heim aftur til H71. H71-skútan er sostatt væl mannað, kósin er sett, og kappingarárið 2026/27 er av álvara farið í gongd. Nú ræður um at halda kósina – bæði heima og úti í Evropa.


OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

WWW.JANUAR.FO

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

appin 37


Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 38


Fá double up

Fá 2 fyri 1 hvørja viku

Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna

Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar.

39


www.fishfacts.com

40


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
H71-Faldari-1-2026/2027 by H71-hoyvik - Issuu