Page 1

Mynd: DavideGorla on Visual Hunt

SUMMARIÐ 2019

Túrar í Suðuroynni #komsuður


TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL AKRABERG................................................................................................................................................... 3

FØROYA STØRSTA FUGLASAVN Í SUMBA....................................................................................................................................................... 18

TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL HVALBIAR...................................................................................................................................................... 4

UPPLIVIÐ SUÐUROYNNA............................................................................................................................................................................................................ 19

RUNDFERÐ Á TVØROYRI.................................................................................................................................................................................................................. 5

TÚRUR ÚT Í PORKERISNES......................................................................................................................................................................................................... 20

SIGLITÚRUR VIÐ SVALUNI ............................................................................................................................................................................................................ 6

TÚRUR NIÐAN Á BORGARKNAPP.................................................................................................................................................................................. 21

TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL FÁMJINS........................................................................................................................................................... 7

SIGHTSEEING-TÚRAR Í BILI..................................................................................................................................................................................................... 22

HEIMABLÍDNI Á TVØROYRI.......................................................................................................................................................................................................... 8

TÚRUR VIÐ FERÐA­LEIÐARA ÚR VÁGI TIL FÁMJINS......................................................................................................................... 23

GONGUTÚRAR TIL HVANNHAGA....................................................................................................................................................................................... 9

EFTIR TRÆLAGØTU NIÐAN Á EGGJARNAR................................................................................................................................................... 24

GONGUTÚR TIL HVANNHAGA OG SIGLA HEIM VIÐ M/S THORSHAVN.......................................................... 10

ACTIONBOAT FØROYAR................................................................................................................................................................................................................. 25

VESTUR UM SUÐUROYNNA VIÐ M/S THORSHAVN......................................................................................................................... 11

VASKA OG TURKA FISK SUM TEY GOMLU GJØRDU...................................................................................................................... 26

TÚRUR TIL ÁSMUNDARSTAKK, RITUSKOR OG SØGURÍKU SANDVÍK.............................................................. 12

JOHANNA TG 326...................................................................................................................................................................................................................................... 27

KLINTRA Í VÁGI............................................................................................................................................................................................................................................. 13

SALT................................................................................................................................................................................................................................................................................. 28

SVIMJING OG WELLNESS............................................................................................................................................................................................................. 14

PAKKHÚS 5........................................................................................................................................................................................................................................................... 29

GONGUTÚRUR ÚR HVALBA TIL SANDVÍKAR............................................................................................................................................. 15

SAVNSMARATON...................................................................................................................................................................................................................................... 31

GONGUTÚRUR NIÐAN Á GRÍMSFJALL Í HVALBA................................................................................................................................ 16

MATSTØÐ OG KAFEIR Í SUÐUROYNNI.................................................................................................................................................................. 32

GONGUTÚRUR NIÐAN Á PRESTFJALL Í HVALBA................................................................................................................................. 17


TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL AKRABERG Akraberg er syðsta punkt á Suðuroynni, har tað ber til at kika suðureftir og síggja Røstina og Flesjarnar. Koyrt verður um Hestin (390m) og Beinissvørð, har steðgað verður á og gott útsýni er til stórslignu vestursíðuna á Suðuroynni. Heimaftur verður koyrt ígjøgnum Sumba, syðstu bygd í Suðuroynni. Og síðan gjøgnum Sumbiartunnilin, har tiltikna reina Sumbiarvatnið hevur sín uppruna. Túrurin byrjar við kunningarstovuna á Tvøroyri

ara.tours Prísur: kr. 595,- pr. pers. Min. 2 pers. Maks. 8 pers. Longd á túri: 4 tímar Íroknað: ferðaleiðari, bussur og matpakki (apríl-sept.) Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151


TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL HVALBIAR Hvalba er søgulig bygd, sum bleiv álopin av turkiskum sjórænarum. Í Hvalba eru einastu vinnuligu kolanám í Føroyum. Tað verður steðgað á Fiskieiðinum, har tað varð róð út á eysturætt, og bátarnir blivu drignir upp við gangspæli. EIsini vitja vit bátaskúrin við Neyst, har á leið 1400 bátar eru bygdir.

ara.tours Prísur: kr 495,- pr. pers. Min 2 pers - Maks 8 pers. Longd á túri: 3 tímar Íroknað: ferðaleiðari, bussur og matpakki Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151


RUNDFERÐ Á TVØROYRI Tvøroyri er lutfalsliga nýggjur býur, men Froðba er av elstu búplássum í Suðuroynni. Koyrt verður av Tvøroyri og runt Froðba, har vitjað verður undir Skorðum í Ásdali, haðani tað millum annað sæst yvir í Hol í helli. Síðan verður koyrt inn á Hamar, har leivdir frá krígnum og Tarvafjósið eru. Hiðani verður koyrt framvið minnisvarðanum yvir farnar sjómenn og framvið søguligu kirkjuni, sum er bygd í 1907. Koyrt verður framvið søguligu einahandilsbygningunum hjá Thomsen og síðani framvið gamla fiskaplássinum á Tanganum. Koyrt verður víðari yvir í mentanarbygningin SALT. Túrurin byrjar og endar við kunningarstovuna á Tvøroyri.

ara.tours Prísur: kr. 495,- pr. pers. Min. 2 pers. Maks. 8 pers. Longd á túri: 3 tímar Íroknað: ferðaleiðari, bussur, matpakki (apríl-sept.) Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151


SIGLITÚRUR VIÐ SVALUNI Siglt verður av Hvítanesbrúnni og út í Kúlugjógv, har sermerktu grótrenningarnar eru. Um viðrar verður siglt út í Hol í helli og undir Nípuna. Haðani verður siglt yvir í Tjaldavík, har ankrað verður upp og matpakkin etin. Síðan verður siglt inn aftur framvið Gálganum, Sevini, Lítla Hólmi og mentunarhúsinum SALT. Túrurin endar á Hvítanesbrúnni.

ara.tours Prísur: kr. 550,-pr. persón Min. 2 pers. Maks. 6 pers. Longd av túri: 4 tímar Íroknað: ferðaleiðari, matpakki, kaffi Tíð: apríl-sept. Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151

GG! Gott at hava heit klæði við

r u r ú t s u s Luk

Umborð verður borðreitt við føroyskum brellbitum, fiskasuppu við breyði, heimabakaðari kaku og kaffi. Drekkivørur eru íroknaðar. (1 øl ella eitt glas av vín/ persón).

Prísur: kr. 895,- pr. pers. Min. 2 pers. Maks. 6 pers. Longd á túri: 5 tímar Íroknað: ferðaleiðari, fø.matur/kaffi (apríl-sept.) Tíð: apríl-sept. Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151


TÚRUR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL FÁMJINS Fámjin er einasta bygd á vestursíðuni á Suðuroynni. Á veg til Fámjins verður koyrt fram við aldargamla tingstaðnum “Uppi millum stovur”, har Suðuroyarting bleiv hildið í fornum tíðum. Fámjin er gomul fiskibygd og í vøkru kirkjuni hongur fyrsta føroyska flaggið. Um viðrar ganga vit úr kirkjuni og oman á lendingina og framvið gomlu neystunum, har til ber at síggja føroysku bátarnar, sum enn verða nýttir til útróður. Túrurin byrjar við kunningarstovuna á Tvøroyri.

ara.tours Prísur: kr. 550,-pr. pers. Min. 2 pers. Maks. 8 pers. Longd av túri: 4 tímar Íroknað: ferðaleiðari, bussur, matpakki Tíð: apríl-sept. Bílegging: ara.tours800@gmail.com ella á telefon 572424 / 571151


HEIMABLÍDNI Á TVØROYRI Í hugnaligum umhvørvi mitt á Tvøroyri borðreiðir Elin Dimon Næs við ymiskum góðum. T.d. fiskasuppu við breyði, føroyskum rugbreyði og føroyskum viðskera og góðum omaná.

Prísur: 3 rættir kr. 600 pr. pers. Vín, øl ella leskidrykkir kunnu keypast afturvið Min. 4 pers. Maks. 12 pers. Bílegging: Seinast 24 tímar frammanundan á elindn@gmail.com ella á telefon 593929


GONGUTÚRAR TIL HVANNHAGA Komið við til perluna í Suðuroynni, Hvannhaga, har vit fáa eina heilt serstaka og fjølbroytta náttúruuppliving. Hvannhagi kann bert røkkast til gongu, og byrjar túrurin frá vestara endanum á Ovara vegi. Á túrinum er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun. Í Hvannhaga er sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag og fjølbroytt plantu- og djóralív. Gongutúrurin til Hvannhaga er ikki langur, men í støðum er gøtan smøl og brøtt. Túrurin er ógvuliga vakur og fjølbroyttur, men kann í støðum tykjast avbjóðandi fyri summi. Tí er umráðandi, at tey ferðandi eru klødd eftir veðrinum og væl skødd.

Prísur: kr. 400,-pr. pers. Longd á túri: Uml. 3 tímar Min. 4 pers. Maks. 15 pers. Torleikastig: 3-4 Møguleiki fyri at keypa matpakka kr 100,Bílegging: Á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á telefon 611080


GONGUTÚR TIL HVANNHAGA OG SIGLA HEIM VIÐ M/S THORSHAVN Túrurin byrjar við vestara endan á Ovara vegi. Við ferðaleiðara verður gingið norður á Grindina og síðan oman í Hvannhaga. Hvannhagi er ein perla í okkara náttúru við serligum útsýni til Dímunar báðar og Skúvoynna. Komin oman dagar botnurin upp við vakra vatninum. Túrurin er vælegnaður til familjur og arbeiðspláss og øll tey, sum vilja síggja Føroyar frá sínu vakrastu síðu. Gingið verður heilt oman til strandar og síðan verður siglt við báti út til M/S Thorshavn. Umborð verður borðreitt við kendu fiskasuppuni frá Seglloftinum, meðan siglt verður aftur á Tvøroyri. GG! Túrarnir verða gjørdir, um tað viðrar.

Prísur: kr 995,- pr pers. / børn frá 5 til 12 ár kr. 795 pr. barn Longd á túri: Uml. 4-5 tímar Torleikastig: 1 Min. 15 pers. og Maks. 35 pers. Nær: 16. juli, 23. juli og 17. august Bílegging: Á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á tlf 611080


VESTUR UM SUÐUROYNNA VIÐ M/S THORSHAVN Á túrinum vestanfyri Suðuroynna, sum fá hava upplivað, sigla vit tætt fram við landi, har staðkend frásøgufólk greiða frá um vøkru oynna og hendingar. Her kanst tú síggja eina náttúru, sum er heilt øðrvísi enn aðrastaðni við stórslignum fuglabjørgum, drangum, eiðum og botnum. Túrurin byrjar í Fámjin og fer suður við Vágsbjørgunum, Sumbiarbjørgunum og heilt suður undir Beinisvørð. Túrurin endar aftur í Fámjin. Umborð verður borðreitt við suppu og øðrum góðum. GG! Túrurin verður bert gjørdur, um tað viðrar.

Prísur: kr. 1295,- pr. pers. / børn frá 5 til 12 ár kr. 895,pr. barn Longd á túri: 5-6 tímar Nær: 20. juli og 3. august Min. 15 pers. og Maks. 35 pers. Bílegging: á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á 611080


TÚRUR TIL ÁSMUNDARSTAKK, RITUSKOR OG SØGURÍKU SANDVÍK Sandvík er norðasta bygd í Suðuroynni og fólkatalið er niðanfyri 100. Sandvík er nevnd í Føroyingasøgu fyri 1000 árum síðani, tá Sigmundur Bresstisson slapp við lívinum av Skúvoynni og svam heilt til Sandvíkar, har hann varð hálshøgdur av Tórgrími Illa, sum vildi hava gullringin hjá Sigmundi, gávaður honum av Noregs kongi. Í Sandvík ber til at vitja Sigmundargjógv, har Sigmundur varð hálshøgdur og staðið har tiltikna Skaðagrindin kravdi 14 mannalív í 1915. Á vestursíðuni fáa tit møguleikan at fara yvir brúnna til Rituskor, har útsýnið yvir á Ásmundarstakk og út í hav er einastandandi. Í bygdini bjóða vit tykkum ein drekkamunn heima hjá fólki, síðan verður farið í kirkjuna, har fyrsti lestur á føroyskum í kirkjutíð varð hildin og í bóndahúsini Uttan Ánna, sum enn standa sum tá tey vóru bygd mitt í nítjandi øld. GG! Minst til at hava góð klæðir og skógvar/stivlar við

Prísur: kr. 1100,- pr. pers. Longd á túri: 5 tímar Torleikastig: 3 Min. 2 pers. - Maks. 10 pers. Bílegging: ari.akason@gmail.com ella á telefon 264686


KLINTRA Í VÁGI Í Marghøllini í Vági er størsti klintriveggur í Føroyum. Bæði ein høgur klintriveggur við nógvum ymiskum klintrileiðum, og ein lægri boulderingveggur. Á stóra klintrivegginum – tann hægsti í Føroyum – eru bæði minni og meiri avbjóðandi rutur, soleiðis at bæði óroyndir og royndir klintrarar fáa avbjóðingar á klintrivegginum. Øll klintring á høga klintrivegginum verður skipað av instruktøri og við sikring. Boulderingveggurin er eisini ein spennandi klintriveggur, har tú fært roynt teg á byrjanarstigi og samstundis fært avbjóðingar. Boulderingveggurin er umleið 5 metrar høgur og undir vegginum er tjúkk madrassa, soleiðis at tú kanst klintra uttan sikring og instruktør.

Prísur: kr. 300,- pr. pers. um tíman. Min. 4 pers. Sí upplatingartíðir, prisir vm. á www.marghollin.fo


SVIMJING OG WELLNESS Vælkomin í Páls Høll at njóta løtuna við 50 meturssvimjihyli við 6 geilum, barnahyli, vælverudepli, venjingarmiðstøð og café-øki. Vælverudepilin við sauna til kvinnur, sauna til menn, gosbað og heitum potti. Vilt tú at forkela teg eitt sindur eyka, so ber til at fáa massagu, andlitsmassagu, hotstone-viðgerð og mangt annað.

Minnist til at taka við svimjiklæði og handklæði. Tú er vælkomin at taka við egna baðikápu, men tú fært eisini baðikápu, tá tú kemur at njóta eina løtu hjá terapeutunum í Páls Høll. Sí upplatingartíðir, prísir vm. á www.palsholl.com


GONGUTÚRUR ÚR HVALBA TIL SANDVÍKAR Sera vakur gongutúrur úr Hvalba til Sandvíkar eftir varðagøtunum upp um fjall. Heimaftur verður gingið vesturyvir Rituskor og Villunarnøs. Túrurin byrjar og endar við gamla skúla í Hvalba.

Prísur: kr. 500,- pr. pers. Longd á túri: Uml. 5 tímar Torleikastig: 3-4 Min. 4 pers. Maks. 10 pers. Íroknað: ferðaleiðari og matpakki Bílegging: Á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á telefon 611080


GONGUTÚRUR NIÐAN Á GRÍMSFJALL Í HVALBA Gongutúrur niðan á Grímsfjall við sera vakrum útsýni yvir bygdina. Túrurin byrjar og endar við gamla skúla í Hvalba.

Prísur: kr. 350,- pr. pers. Longd á túri: Uml. 3 tímar Torleikastig: 3-4 Min. 4 pers. Maks. 10 pers. Íroknað: ferðaleiðari og matpakki Bílegging: Á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á telefon 611080


Mynd: FredVin on Visual hunt

GONGUTÚRUR NIÐAN Á PRESTFJALL Í HVALBA Vakur gongutúrur niðan á Prestfjall við sera vøkrum útsýni yvir bygdina. Túrurin byrjar og endar við gamla skúla í Hvalba.

Prísur: kr. 350,- pr. pers. Longd á túri: Uml. 3 tímar Torleikastig: 3-4 Min. 4 pers. Maks. 10 pers. Íroknað: ferðaleiðari og matpakki Bílegging: Á kunningarstovuni info@tvoroyri.fo ella á telefon 611080


Mynd: arne.list on Visual Hunt

FØROYA STØRSTA FUGLASAVN Í SUMBA Sansa fuglalívið í Føroya størsta fuglasavni í Sumba.

Prísur: pr. persón kr. 50,Samband: Sumbiar Sóknar Bygdarsavn & Fuglasavn. Akrabergsvegur 12, 970 Sumba. Upplating: Ongar fastar upplatingartíðir. Bílegg vitjan á telefon 228212, 277377 ella 590006.


UPPLIVIÐ SUÐUROYNNA Vilt tú síggja Suðuroynna, sum tú ongantíð hevur sæð hana fyrr? Vit bjóða tær runt alla oynna við staðkendum og fyrikomandi ferðaleiðarum. Fá søguna, sum tú vilt hoyra. Síggj støðini, sum tú vilt síggja. Set tín

egna pakka saman og uppliv Suðuroynna sum suðuroyðingar gera. Vit byrja í Porkeri, har vit hava skemmutúnið, kirkjuna, gamla skúla og gomlu skemmukrambúðina, sum er umgjørd til eina hugnaliga café.


TÚRUR ÚT Í PORKERISNES Vakur miðallættur túrur út í Porkerisnes, har vit fáa útsýnið yvir Porkeri, síggja vøkru steinsetingina á Kambinum og ganga út til vitan á nesinum. GG! góð heit klæðir, góðir skógvar, vatn.

Prísur: kr. 275,- pr. pers. Longd: ca. 6 km – ca 2 tímar Torleikastig: 3 Min. 4 pers.. Maks. 10 pers. Bílegging: porkeri@porkeri.fo ella á tlf 373603


TÚRUR NIÐAN Á BORGARKNAPP Krevjandi, men sera flottur túrur niðan á Borgarknapp, har vit vitja trý fjøll á túrinum. Fyrst niðan á Vágfelli, síðan Hvannafelli og so eftir røðini niðan á Borgarknapp – frá Borgarknappi sæst oman á Rysjudal og Vatnsnes og yvir ímóti Fámjin. Kenslan er sum á Mount Everest, tá tú sleppur niðan at nerta toppin, sigst. GG! góð heit klæðir, góðir skógvar, vatn

Prísur pr. túr: kr. 895,- pr. pers. Longd: Uml. 12 km (6 hvønn vegin) Tíð: Uml. 4-5 tímar (veldst um tempo) Høvuðspunkt: Vágfelli, Hvannafelli, Borgarknappur Torleikastig: 5 (Hart) Íroknað: ferðaleiðari, matpakki Bílegging: porkeri@porkeri.fo ella á tlf 373603


SIGHTSEEINGTÚRAR Í BILI Vit kunnu bjóða bólkatúrar runt sunnaru helvt, har vit støðga á við nøkur pláss, sum antin hava eina søgu at fortelja ella bara fyri at njóta útsýnið. Ferðafólk kunnu sjálvi sleppa at velja, hvar koyrast skal, alt eftir hvussu nógva tíð tey hava og hvørt tey hava serlig áhugamál. Vit kunnu fara við stórum bólkum, ella minni bólkum. Til ber eisini at bíleggja ein driverguide tour, har vit fara túr runt oynna við persónbili. Hesin er vælegnaður til lítlar bólkar ella einstaklingar.

Beinisvørð: Vit fara upp um Hestin og steðga fyri at hyggja nærri at Beinisvørði.

Hovsegg: Vit fara upp um Hovsegg og hyggja eftir steinsetingum har og annars njóta útsýnið.

Porkeri: Vit steðga í skemmutúninum í Porkeri, har drekkamuður og okkurt gott afturvið er at fáa í gomlu krambúðini. Møguleiki er at vitja kirkjuna og fornminnissavnið, sum bæði eru fáar metrar frá skemmutúni.

Vestur á Eiðið: Vit fara vestur á Eiðið í Vági og hyggja eftir leivdinum eftir tráðbanan.

Akraberg: Vit fara til Akraberg og hoyra søguna um Frísarnar og vitja kikaran og vitan. Fuglasavn í Sumba: Vit vitja fuglasavnið í Sumba.

Prísur við bussi upp til 20 ferðafólk: kr. 200,- pr. Eggjarnar: pers. (min. 10 pers.) Vit fara upp á Eggjarnar til kikaran, har stórsligið útsýni Prísur fyri driver/guide: 600 DKK um tíman. Fyri matpakka: 100 DKK pr. pers. er yvir vestursíðuna av Suðuroynni (bert fyri smáar Fyri kaffi og køku: 60 DKK pr. pers. bussar ella persónbilar). Bílegging: porkeri@porkeri.fo ella á tlf 373603


TÚRUR VIÐ FERÐA­LEIÐARA ÚR VÁGI TIL FÁMJINS Túrurin byrjar við Skóthúsið í Vági, og verður gingið efitr vegnum níðan til Ryskjuvatn. Á veg niðan er frálíkt útsýnið oman í Botn, har gamla El verkið hjá SEV frá 1921 stendur. Síðan verður gingið fram við vatninunum og eftir gomlu varðagøtuni. Á veg niðan frá ryskjuvatnið, er útsýnið gott niðan Ryskjudal, Tindalíð og Borgarknapp. Á gøtuni vestur í Reyðabakka sæst oman í Gásadalsgjógv, sum er mark ímillum Vág – Fámjin. Tá man er komin til síðsta varðan í Reyðabakka, verður steðgað á, og er frálíkt útsýnið oman yvir Fámjin og vestursíðuna av Suðuroynni.

Eisini er gott útsýnið norður yvir, har Kirkjuvatn liggur. Um opið er í kaffistovuni hjá Ragnhild leggj vit leiðina har framvið áðenn fari verður aftur til Vágs. Prísur: kr. 400,Min. 4 pers. Max 15 pers. Longd av túri: uml 3 tímar Íroknað: ferðaleiðari, transport úr Fámjin til Vágs Torleikastig: 3-4 Bílegging á kunningarstovuni í Vági info@vagur.fo ella á telefn 239390


EFTIR TRÆLAGØTU NIÐAN Á EGGJARNAR Eggjarnar og Vágseiðið teljast millum mest vitjaðu støð í Suðuroynni. Gongutúrurin eftir Trælagøtu niðan á Eggjarnar gevur tær møguleika at uppliva m.a. Vágseiðið og Eggjarnar á annarleiðis hátt. Trælagøta er gamla gøtan, sum m.a. mjólkagenturnar gingu niðan á Eggjarnar at mjólka neytunum. Túrurin gongur niðan framvið Vatninum, vestur í Skarðsgjógv, framvið Faradalsgjógv og út á Skúvanes, higani farið verður niðan til kikaran á Eggjunum, har útsýnið suður í Vágs- og Sumbiarbjørgini er heilt einastandandi.

Á veg oman aftur verður gingið eftir vegnum, sum var gjørdur niðan til Loran C støðina á Eggjunum fyrst í 1950unum. Prísur kr 250,- pr. pers. Min. 2 pers. og max 15 pers. Longd á túri: 2 ½ tíma Torleikastig 2 Íroknað: ferðaleiðari, kaffi og vatn á Eggjunum Bílegging: á kunningarstovuni í Vági info@vagur.fo ella á tlf 239390


ACTIONBOAT FØROYAR Vit gera vælumtókta túrin vestur um Suðuroynna, har vit síggja vøkru bjørgini, millum annað Beinisvørð. Ein sera vøkur og óspilt náttúra. Vit gera eisini leigutúrar, set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri.

Sí kunning á okkara facebookvanga Actionboat Føroyar Bílegging: sigurd@actionboat.fo ella á tlf 213359


VASKA OG TURKA FISK SUM TEY GOMLU GJØRDU Sum nakað heilt serstakt kanst tú uppliva at vaska og turka fisk sum fyrr í tíðini. Ein søgulig uppliving fyri børn og vaksin. Her fært tú høvi at síggja, hvussu fiskur verður vaskaður og lagdur út til turkingar. Ynskir tú sjálv/sjálvur at vaska og bera fiskin út til turkingar, ert tú vælkomin at royna tað. Aftan á er høvi at koma inn í fiskastovuna á Mýri at síggja ymiskir lutir, sum vórðu nýttir til hetta arbeiði. Eisini er møguligt at keypa okkurt til matna.

Prísur: kr. 100 pr. persón Hvar: Á fiskastykkinum á Mýri, niðri við kaiina í Hovi Nær: 6. juli, 13. juli, 20. juli, 3. august, 10. august, 17. august, 24. august, 31. august Bílegging: ergifelagið@gmail.com ella á telefon 251986


JOHANNA TG 326 Sluppin Johanna TG 326 er bygd í Onglandi í 1884. Hon er ein av fáu sluppunum, vit eiga eftir í Føroyum. Johanna TG 326 bjóðar fólki við á grilltúrar, og fyritøkur og onnur kunnu eisini leiga sluppina til dagtúrar. Eisini ber til at fara við Johonnu TG 326 á Sjómannadagarnar í Klaksvík, sum verða triðja vikuskifti í august. Farið verður úr Vági fríggjadagin 16. august og so verður siglt suður aftur sunnudagin 18. august.

Nær: Grilltúrur: 19. - 20. juli, alt eftir hvussu viðrar Prísur: kr 300,- pr. pers. Min. 20 pers. – Maks. 50 pers. Longd á túri: 3 tímar Túrur til Sjómannadagarnar: 16.-18. august Maks. 15 pers. Prísur: kr. 850,- pr. pers. Bílegging: Tlf. 287938 / 227938


SALT Mentanarhúsið SALT – Sound Art Live Theatre – á Drelnesi er karmur um stór mentanartiltøk so sum konsertir, framsýningar og sjónleikir. Hetta er gamla saltsilan, sum fraklendingar stóðu fyri at byggja í 1937-38. Saltsilan var í brúki til fyrst í áttatiárunum og stóð so fyri einki í nógv ár. Hesin sermerkti bygningurin var um at fara fyri einki, men í tøkum tíma vórðu stig tikin til at umvæla hann og gera hann til mentanarhús, sum læt upp á vári

2017. Mentanarhúsið SALT er millum mest serstaku bygningar í landinum og er eina vitjan verd hjá øllum, antin til okkurt av tiltøkunum, sum eru í húsinum, ella bara fyri at fáa ein kaffimunn og okkurt gott afturvið í kaffistovuni. Upplatingartíðir og tiltøk kunnu síggjast á heimasíðuni www.salt.fo og á Facebook-síðuni hjá SALT.


PAKKHÚS 5 Pakkhús 5 varð bygt av kongaliga einahandlinum í 1846. Í góð 170 ár bleiv húsið nýtt sum vektarbúð, goymsla og skrivstova. Í dag er Pakkhús 5 søgusavn, ið sigur frá handils-, skipa- og ættarsøguni T.F.Thomsen, sum í 1856 keypti ognirnar hjá einahandlinum á Tvøroyri. Í miðhæddini er framsýning við veggjamyndum, søguligum lutum og skjølum, ið stava frá virkseminum hjá T.F.Thomsen á sjógvi og landi. Í kjallaranum er framsýning um sluppina Albert, umframt at sagt verður frá søguni um klippfisk,

stokkfisk, lýsi o.a. vørur, ið føroyingar framleiddu og fluttu av landinum. Arbeiðið við savninum er sjálvboðið og ólønt. Savnið hevur ikki fastar upplatingartíðir, men roynt verður at lata hurðarnar upp, tá okkurt serstakt hendir á Tvøroyri, og annars eftir umbøn frá bólkum og einstaklingum, ið vilja vitja og stuðla savninum. Fyrispurningar kunnu sendast sum boð á facebook síduni hjá Pakkhús 5


SAVNSMARATON Á sumri ber til at fara savnsmaraton í Suðuroyni; í oynni eru søvn úr suðri í norð og eru tey øll ymisk og geva tískil eina fjøltáttaði uppliving. Hvørt savn hevur sína søgu, m.a. ber til at læra um lokala bygdarsøgu í Porkeri og á Tvøroyri, skoða vøkru verkini hjá Ruth Smith á savninum, ið ber hennara navn, Gallarí Oyggin bjóðar eitt sjónarhorn av nútímans list, Sluppsavnið í Vági sigur frá gomlum døgum, um sjólívið og menniskjalagnur, og sansa stóra fuglalívið á Fuglasavninum í Sumba.  Arbeiðið handan søvnini er alt sjálvboðið og sum vitjandi verður tú eina uppliving ríkari, tí her fært tú eisini høvið at møta teimum lokalu suðuroyingunum, sum við eldhuga hava uppbygt og leggja nógva orku í frásøgn og vísa á viljan og verkið handan søgurnar. Og ikki minst, so er altíð tíð til gott lokalt kaffiprát.  Kostnaður at sleppa inn í søvnini liggur á ca kr 40-50 pr persón   Meiri kunning fæst við at venda sær til kunningarstovurnar í oynni.

GALLERÍ OYGGIN, TVØROYRI Nútímans list, flottar standmyndir, sera vakur urtagarður og vertur sum dugir sera væl at greiða frá. Rundtúrurin í urtagarðinum er sera forkunnugur, bert smærri bólkar á maks 10 fólk hvørja ferð. Runda túrin av við at njóta okkurt leskiligt í kafe Art, ið eisini kann njótast í vakstrarhúsinum, har túrurin endar. Vanliga er opið hvønn dag, annars eftir avtalu á tlf 371669

BÓNDAHÚSIÐ UTTAN ÁNNA Í SANDVÍK Bóndahúsið uttan ánna er bygdasavn í Sandvík, har ber til at síggja ymisk fornminni. Opið eftir avtalu, ring til kunningarstovuna á Tvøroyri tlf 611080

FORMINNISSAVNIÐ Á MÝRI Fiskastovan á Mýri er í Hovi. Tað er í gamla handlinum, sum fyrst stóð í Vági, vesturi á Gørðunum, men síðan bleiv flutt til Hovs. Í dag er tað gjørt í stand. Helvtin sær enn út sum handilin gjørdi, tá hann læt aftur, nógv gomul ting eru varveitt. Hin endin av húsinum er nýmótans og verður nýttur til listaframsýningar, kafé og annað. Opið eftir avtalu á tlf. 254591

SLUPPSAVNIÐ Í VÁGI Vágs Sóknar Bygdasavn er savn, sum sýnir fram modellir av 9 sluppum og skipum úr Vági, sum gingu burtur undir seinna heimsbardaga. Poul Niclassen úr Vági gjørdi øll modell skipini og lat tey sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn. Savnið heldur til í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í vestaru hølunum á veghæddini. Opið eftir avtalu á info@vagsbygdasavn.fo ella á tlf 239390

TVØROYRAR BYGDA- OG SJÓVINNUUSAVN Doktarahúsið er eitt livandi savn, sum sýnir fram hvussu læknahúsið var í 1920. Eisini er ein standandi framsýning av myndum og lutum søguna kring Trongisvágsfjørð. Opið mánadag til fríggjadag frá kl 10 – 15. Vikuskifti eftir avtalu á teldupost doktarahus@gmail.com ella tlf 250055

RUTH SMITH SAVNIÐ Í VÁGI Vitja listasavnið har serstøku, vøkru málningarnar og tekningarnar hjá Ruth Smith eru savnaðir. Opið eftir avtalu við nevndarlimir á tlf 221215 / 373455 / 597368

BYGDARSAVNIÐ Í PORKERI Savnið er í gamla skúlanum í Porkeri, sum var bygdur 1888. Nógvir ymiskir lutir frá gerandislívinum, bóndalívinum og sjólívinum. Reiðskapur frá landbúnaði og frá bátum. Opið eftir avtalu á porkeri@porkeri.fo ella á tlf 373603

FUGLASAVNIÐ Í SUMBA Sumbiar sóknar bygdarsavn lat alment upp 19. maj 2012. Á savninum húsast eisini landsins størsta fuglasavn og er tað sumbingurin, Aksal Poulsen, ið miðvíst hevur arbeitt við savninum og er tað samstundis hann, ið plagar at vísa runt á savninum. Aksal Poulsen hevur stóran kunnleika um fugl og fuglalív og er tað serstakliga áhugavert at hoyra hann greiða frá teim ymsu fuglunum á savninum og fuglunum úti í náttúruni. Opið eftir avtalu á tlf 228212 / 277377 / 590006


MATSTØÐ OG KAFEIR Í SUÐUROYNNI

KAFFISTOVAN I FÁMJIN

KAFEIN Á MÝRU, HOV

HOTEL BAKKIN, VÁGUR

MATSTOVAN Í PORKERI

GLASSTOVAN, TVØROYRI

SEGLLOFTIÐ, TVØROYRI

PUBBIN,TVØROYRI

HJÁ JUGGA, VÁGUR

CAFÉ MORMOR, TVØROYRI

HOTEL TVØROYRI

MATSTOVAN Í HØLLINI Í TRONGISVÁGI

BRYGGJAN FILIPINO, VÁGUR

BIKSIN Í HVALBA

CAFE ART, TVØROYRI

PIZZARIA, TVØROYRI

BÁRAN Í VÁGI

TAKE AWAY - EVERY DAY

Biksin burgarin

Bíarvegur 121 - 850 Hvalba - Tlf: 375555

Biksin Hvalba


Mynd: FredVin on Visualhunt

r u รฐ u s m o k #

Profile for grafix810

Túrar í Suðuroynni summarið 2019  

#komsuður

Túrar í Suðuroynni summarið 2019  

#komsuður

Advertisement

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded