Issuu on Google+

Tey kunnu brúka telefonina í Smílibýlinum um neyðugt Klædnarúm: Børnini hava hvør sín garderobe til klæðir. Afturat hesum hevur hvørt barnið tveir kassar til skiftiklæðir.

Praktisk viðurskifti:  Um barnið er í skúla og ikki skal í fríðtíðarskúla, skulu vit hava boð frá foreldrunum/verja.  Um onnur enn foreldrini heinta barnið, ella um børn skulu heim saman úr frítíðarskúlanum, skulu vit hava boð um hetta frá foreldrunum/verja.  Um børnini fara til ítrótt, tónleik, føðingardag, heim við øðrum børnum, tíðliga heim o.s.fr., so má boðast frá á frítíðarskúlanum, gjarna á einum lepa.  Tá ið boðið verður í føðingardag, skal stovnurin fáa hetta at vita í seinasta lagi dagin fyri. Tá børn eru farin í føðingardag kunnu tey ikki koma aftur í fts tann dagin.

Skiftiklæðir: Børnini mugu altíð hava skiftiklæðir í kassanum. Øll klæðini skulu vera merkt við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av, at skiftiklæðini eru í kassanum, og at gardroban er ruddilig. Hvussu leingi er opið ? Stovnurin er opin eftir skúlatíð til kl 17.00 Umráðandi: Foreldur/barn krossar av og venda skeltinum tá barnið fer heim og tað er umráðandi at tit siga farvæl við eitt av starvsfólkunum tá barnið fer heim.

Sjúka: Um barnið er sjúkt ella ikki kann fara út, av eini hvørjari orsøk, skal barnið ikki koma í frítíðarskúla.

Gjald fyri Frítíðarskúlan 2012/13 Gjald fyri Frítíðarskúlan er sett til 813 kr. um mánaðin fyri hvørt barn. Gjaldast skal fyrst í mánaðinum. Rinda verður frá septembur 2012 til og við juni 2013. Rokning verður send á einum inngjaldskorti og mælt verður til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldsskipanina.

Matpakki: Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Matpakkin verður antin etin í skúlanum ella Frítíðarskúlan.

Uppsagnarfreist: Uppsagnarfreistin er tveir mánaðar, og er galdandi frá 1. í mánaðanum. Skrivlig uppsókn skal vera latin Snarskivuni.

Millummáli: Børnini fáa millummála hvønn dag uml. kl. 14.00

Legg til merkis: Sambært kunngerð nr. 9, frá januar 1995, hevur kommunan heimild til at siga pláss upp, um eftirstøðan fer út um 2 mánaðir. Víst verður til møguleikan fyri fríplássi sambært somu kunngerð. Spurningar um frípláss skulu setast sosialu deild hjá Tórshavnar býráð.

Fartelefon: Børnini skulu hava sína fartelefon sløkta, tá tey eru í frítíðarskúla!


Kontakt upplýsingar:  Frítíðskúlanum 314879  Fartelefon 214879  E-mail fts-smil@torshavn.fo  www.ftssmil.com  Leiðari: Joan Heinesen 210646

Starvsfólk:  Lena E Joensen Pedagogur  Anna Jacobsen Àlitisfólk  Anne Marie Hjálparfólk  Maria Forrestal Hjálparfólk  Kjartan Midjord Hjálparfólk  Jóni B Christiansen Hjálparfólk  Henry á Fríriksmørk Hjálparfólk


Endamálið hjá stovninum Endamálið hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið er, at barnið eftir lokna skulatíð, hevur tryggar karmar og er undir uppsýni, av vegleiðandi vaksnum. Vit leggja dent á, at menna teir sosialu og persónligu førleikar hjá barninum. Hetta gera vit ígjøgnum spæl, nattúru, ítrótt og kreativitet. Størsti dentur verður lagdur á, at hetta er frítíðin hjá barninum.


Foreldrafaldari