Page 1

eysturkommuna í fremstu røð

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin


Eysturkommuna í fremstu røð Vit hava tað sera gott her í Eysturkommunu. Vit hava eina vælvirkandi kommunu og ein positivan hugburð millum fólk. Tað gongur væl, pengar eru til, og fólk koma til okkum at seta búgv. Vit hava nógv at vera errin av - bæði vinnuliga, ítróttarliga og mentanarliga. Í Framsókn halda vit, at lykilin til alla menning er tað fyritaksemi, sum sprettir úr samstarvi ímillum frælsar einstaklingar, feløg og fyritøkur. Kommunan hevur sum uppgávu at vera ein positivur og savnandi viðspælari, sum leggur tryggar karmar til hesa menning. Í Framsókn ynskja vit at lata upp fyri møguleikum og loysnum, sum bylgjast í fólkinum á staðnum. Vit biða um tín stuðul á valinum, tí vit vilja sambært hesi stevnu styrkja menningina og gera tað enn betri at búgva her. Okkara kommuna skal framhaldandi vera í fremstu røð.


Lægri skatt og varnan fíggjarpolitikk Tað eru tú og eg, sum fíggja alt kommunalt virksemi. Tað skal virðast og síggjast í fíggjarpolitikkinum. Framsókn vil hava skattin niður. Vit hava seinastu árini goldið niður skuld og verið varin við íløgum. Hesum skulu vit halda fast í. Vit skulu hava kappingarført kostnaðarstøði í kommununi. Tí má skattatrýstið ikki vera ov høgt. Eitt slíkt køvir virkismøguleikarnar og framfýsnið hjá fólkinum. Av teimum pengunum, sum kommunan ræður yvir, skal hon vera sparin. Tað er jú skattgjaldarans peningur. Tí skal hvør króna vendast og allar útreiðslur umhugsast og eftirhyggjast støðugt. Vit skulu samstundis tora at lata upp fyri loysnum, har fólk vilja taka ábyrgd sjálv og sum ikki binda ovurstórar útreiðslur á kommununa.

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin

Vit vilja arbeiða fyri at: Lækka skattin Hyggja at barnafrádráttinum og ymisku gjøldunum hjá m.a. barnafamiljunum, eldri og øðrum bólkum Gera skipaða raðfestingarætlan fyri íløgur Gera miðvísa ætlan fyri týdningarmikil øki innan heilsu- og eldrapolitikk, grundstykki og býarskipan, vinnuligar karmar, skúlapolitikk, mentanarpolitikk og vinnupolitikk.


Tú skalt kenna teg vælkomnan í Eysturkommunu Eysturkommuna er eyðkend av tilflyting. Framsókn vil skipa soleiðis fyri, at tað verður betri og lættari hjá fólki at velja Eysturkommunu sum heimstað. Sum heild snýr tað seg um samskipaða kunning, tøk ansingarpláss og góð stovnspláss, tøk grund­stykki í øllum bygdunum eins og aðrar bústaðarmøguleikar, karmar til fjøltáttaða vinnu, greiðar karmar og stuðulsskipanir til mentan og list, góðar skúlamøguleikar og málundirvísing til tey, sum ikki hava føroyskt sum fyrstamál.

Ítøkilig mál sum Framsókn vil arbeiða við eru: Fasta mannagongd um kunning og vælkomu til tey sum koma Miðvísa mentanar- og málundirvísing fyri tey, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál Altjóða tiltøk, sum varpa ljós á ymiskleikan Virknan politikk viðvíkjandi vinarbýum og øðrum altjóða samstarvsmøguleikum Eggja til borgaraátøk innan mentan, vinnu, umhvørvi og trivnaðarøki.

framsokn.fo


Samanhald og fjølbroytni millum bygdirnar gevur styrki Tað er sjón fyri søgn í Eysturkommunu, at samanhald gevur styrki. Vit vilja arbeiða fyri allar bygdirnar í sam­starvinum. Samstundis skulu serligu eyðkennini hjá hvørjari bygd sær hjúklast um. Vit skulu savnast í øllum okkara fjølbroytni.

Framsókn vil framhaldandi menna okkara kommunu til eitt stað, har tað er gott hjá øllum at virka og vera.

Opinleiki og samskifti Framsókn vil arbeiða fyri størri gjøgnumskygni og meira samskifti við borgaran. Vit vilja skapa fleiri høvi, har borgarin kemur til orðanna regluliga. Hetta kann gerast við:

Regluligum fundum við feløg og áhugabólkar

Tíðarhóskandi heimasíðu og nettænastum

Stroyming av fundum

Borgarafundum

v.m.

Kunningarfaldarum

Hoyringum

framsokn.fo


Dagstovnaøkið og barnaansing Framsókn vil hava fleiri valmøguleikar í barnaansingina. Vit vilja endurstovna dagrøktina og gera alt økið meira smidligt, soleiðis at hálv tíð, feriutíð v.m. kunnu lagast til tørvin og húsarhaldið hjá ymisku familjunum. Okkara ansingargjøld skulu vera kappingarfør í mun til aðrar kommunur. Vit vilja gloppa dyrnar, har vit hyggja at líknandi skipanum, sum finnast í okkara grannalondum, har pengar ella frádráttur fylgja barninum. Á henda hátt kann skapast størri fjølbroytni og valmøguleikar á ansingar­økinum. Hetta tekur

eisini trýst av stovnunum. Samstundis er støðugt neyðugt at kanna og meta um tørvin á útbygging ella nýbygging. Vit vilja: Virka fyri meira fjøltáttaðum ansingarmøguleikum Arbeiða við fíggjarviðurskiftunum innan dagstovna- og ansingarøkið Gera tørvskanningar í mun til nýggjan stovn Framhaldandi tryggja góðar stovnar

Okkara eldru skulu hava valmøguleikar Nú tvey ár eru síðani eldraøkið varð latið kommununum at umsita, eiga vit at kanna nærri, hvussu gongur og seta nýggj mál. Vit skulu syrgja fyri, at tey eldru hava val­møgu­ leikar og at teirra ynski verða vird. Vit vilja arbeiða fyri at fjøltátta bústaðar­møguleikarnar til eldri. Vil onkur búgva longst møguligt í egnum bústaði ella onkur vil flyta í annan minni bústað, so eigur hetta at vera møguligt, heldur enn einans at savna fólk á sambýlum og ellisheimum. framsókn liberali tjóðskaparflokkurin

Vit mugu: Raðfesta heimatænastu Samskifta væl við borgarar og teirra næstu Føra ein aktivan eldrapolitikk Gera miðvísan politikk um heilsugóða elding og tænastu til dement


Trygg læknaviðurskifti eru grundleggjandi Tað er alneyðugt at fáa tryggar karmar og støðug læknaviðurskifti í kommununi. Í hesum arbeiði snýr tað seg um heilsudepil við føstum læknum, um rættar og rúmligar fysiskar karmar til lækna og aðrar tænastur í tílíkum depli. Tað er eisini sera umráðandi og átrokandi at betra um møguleikarnar at koma í samband við læknan til at bíleggja tíð og til at fáa fatur á

heilivági. Tí verða komandi átøkini: At byggja út læknamiðstøðina í Gøtudali At fáa eina betri samskiftisskipan til læknatænastuna At arbeiða við heilsudepli í Gøtudali

Skúlin framá Eysturkommuna skal í fremstu røð innan skúlaskap og tryggja gott og regluligt samskifti og samstarv við allar viðkomandi partar: Skúlan, foreldrini og samstarvskommunur. Átrokandi og áhugaverd mál at loysa eru: Gera uttanumøkið í Leirvík heilt liðugt Gera samanbygging millum skúlaeindir í Leirvík Gera niðara spælipláss í skúlanum við Gøtugjógv liðugt

Bøta umstøðurnar hjá lærarum í skúlanum við Gøtugjógv Gera avtalu um framhaldsdeild Tryggja góðar flutningsmøguleikar fyri øll floks­ stig, sum næmingar í Eysturkommunu ganga á Arbeiða við samvirkan millum skúlan og ymisk umhvørvi í kommununi

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin


Mentanin skal blóma Ítrótturin, mentanin og listin skapa trivnað, innihald og samleika. Tí skal kommunan vera virkin viðleikari og stimbra fjølbroytt virksemi av hesum slag til allar aldursbólkar. Eins og vit hava gjørt undanfarin skeið, skulu vit hava ein virknan mentanarpolitikk og áhaldandi fremja samtykta mentanarpolitikkin hjá Eysturkommunu. Vit skulu seta nýggj stór mál saman við feløgum, bólkum og einstaklingum í bygdunum.

Dagføra og viðlíkahalda karmar kring ítróttin

Vit skulu:

Stuðla undir, at Gamli skúli í Leirvík verður liðugt umvældur

Føra ein miðvísan og gjøgnumskygdan stuðulspolitikk Tryggja karmar og skipanir kring tónleikavirksemið í kommununi Reka ein virknan politikk sum eggjar til fjølbroyttar ítróttargreinar

Gera ítróttarhúsið í Sarpugerði liðugt Fáa til vega høli og skapa umstøður til savn og verkstað fyri samtíðarlist Styrkja og samskipa søvnini í kommununi

Stimbra virksemið á Báta- og Listasavninum í Leirvík Gera túnið og lata upp ánna við søvnini í Norðragøtu v.m.

framsokn.fo


framsókn liberali tjóðskaparflokkurin


Byggi - og býarskipan og teknisk mál Eysturkommuna eigur at gera eitt enn betri grundleggjandi arbeiði við byggi- og býarskipan og eigur at umhugsa fleiri serstakar byggi­ samtyktir eins og sniðhandbók, við denti á varðveiting, umhvørvi, arkitekturi v.m. Grundstykki eiga altíð at vera tøk í øllum bygdunum og viðlíkahald av vegum, leiðingum v.m. eins og íløgur í vatn- og spillvatnsviðurskifti skulu vera reglulig. Vit eiga m.a. at: Dagføra vatngoymslur og vatnleiðingar m.a. í Syðrugøtu Loysa øll átrokandi spillvatnsmál

Halda fram við miðvísa arbeiðinum at gera gøtur, brúgvar, seta benkur v.m. og harvið binda saman býlingar og bygdir Hava grótlaðing við føroyskum gróti sum regluligan og grundleggjandi part av fríðkan og tekniskum íløgum Viðlíkahalda og fríðka um bátahyljarnar og havnarløgini

Hava ein aktivan umhvørvis - og orkupolitikk Fríðka kring bygdirnar framhaldandi og hava regluliga træplanting

framsokn.fo


Vinnan er fíggjarligi motorurin Eitt fjølbroytt vinnulív skapar grundarlagið. Í so máta eru vit signað við einum sera framkomnum og fjølbroyttum vinnulívi á staðnum. Framsókn vil tryggja bestu karmar fyri bæði siðbundnar, nýggjari, vitanarkrevjandi og kreativar vinnur.

Skipa ferðaleiðaraútbúgving innan kvøldskúlan

Vit skulu:

Framhaldandi tryggja góð kor til høvuðsvinnu og siðbundna vinnu

Samskifta enn betur við vinnufyritøkur í kommununi Skapa góðar karmar fyri vinnu - bæði fysiskar og skipanarligar Vera viðleikari, nú smávinna innan landbúnað og matvøru er í menning Samskipa ferðavinnumenning í kommununi saman við øllum viðkomandi pørtum

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin

Stimbra kreativu vinnurnar sum aktivur partur í verkætlanum

Gera vinnuøki meiri liðug, atkomulig og dragandi v.m.


Vit bjóða okkum fram at arbeiða fyri at halda Eysturkommunu í fremstu røð annfinn fagraklett stýrimaður, Norðragøta fríðgerð heinesen skrivstovufólk, Leirvík urd potts cand.oecon. lesandi, Syðrugøta hákun andreasen savnsteknikkari, Leirvík jón tyril vinnurekandi, Norðragøta súni eliassen maskinsmiður, Leirvík hanna jensen løgtingskvinna, Norðragøta

framsókn liberali tjóðskaparflokkurin

framsokn.fo

Valskrá 2016_Framsókn í Eysturkommunu  

Í Framsókn halda vit, at lykilin til alla menning er tað fyritaksemi, sum sprettir úr samstarvi ímillum frælsar einstaklingar, feløg og fyri...

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you