Page 1

Bachelor of Photogr aphy :

Tað eru absolut “ups and downs” við at lesa so langt burturi, men dekan fari, hetta er eitt upplivilsi.

á KU-LIFE og skiftisnæmingur í Milano Liðug útbúgvin - men nakað arbeiði?

tema:

Ísland

sum

Málvísund í Aix-en-Provence

At lesa í London:

“Eg lærdi líka nógv umframt tað á skúlanum, við at taka av øllum teimum listarligu tilboðunum, London hevur at bjóða.”

>> Næsta blaðsíða

Landslagsarkitektur

Napoleon í Suðurfraklandi:

Fiskivinnuútbúgving ” Tromsø er eitt rættur lestrarbýur, og tað er tætt ímillum tey lesandi”

lestrarland

Lesandi frá Háskúla Íslands, frá Háskúlanum á Akureyri, og frá Háskúlanum á Bifrost

Læs til pilot í Spania: At lesa til lækna í Póllandi: Sum nú er, eru vit 10 føroyingar í Stettin og ein í Lublin

“Eg eri ógvuliga glað fyri mína útbúgving og kann við vissu siga, at eg havi heimsins besta útsýni á mínum arbeiðsplássi” 1


>> LEIÐARI Forsíðan

lesandi á Háskóla Íslands Fimm Føroyingar lesa á Háskúla Íslands - sum er stórsti og elsti háskúlin í landinum við uml.

soelja@hotmail.com

P

isan er fyrst og fremst ætlað til tykkum, sum eru ella verða liðug við eina miðnámsútbúgving í summar, og nú leita eftir íblástri til at velja, hvat og hvar tit ynskja at lesa víðari. Men stuttligt er hjá øllum, lesandi sum foreldrum, at hoyra frá teimum, ið eru í gongd við eina útbúgving og síggja, hvussu útheimurin hevur latið seg upp fyri okkum.

Føroyingar lesa kring allan heimin, og ofta í fleiri londum yvir nógv ár. Ein kann hugsa sær, at tá hesi pisu-ættarlið venda heimaftur við teimum royndum og tí vitan, tey hava fingið á ferðini, fer hetta at hava jaliga ávirkan á land okkara, við tað at hetta ættarlið er broytt á ferðini.

Tey lesandi hava ein sterkan, globalan samleika, og eru eitt spennandi fólk við sera ymiskum upplivingum, men við tí til felags, at tey eru flytifuglar, sum á sínum ferðum broyta hugsunarhátt og skapa sær eina breiða og frílynta heimsmynd. Tey flestu knýta seg at fólki frá øðrum menntanum og merkja, hvussu tingini kunnu gerast uppá ymsar mátar, og tað sum var sjálvsagt áður, er kanska ikki so sjálvsagt longur. Hesar upplivingar og royndir skapa eitt sera hugsandi fólk - eitt fólk vit kunnu verða stolt av, og vænta nógv spennandi frá. Eitt fólk, ið setur sær sjálvum nýggjar avbjóðingar og mennist alt lívið. Heimurin bjóðar óteljandi útbúgvingarmøguleikar, og fyri tey flestu er trupult at gera av, í hvørja ætt tey skulu fara. Til pisuna, sum ikki veit, hvat hon vil verða, tá hon verður stór, vil eg siga: Finn útav, hvat tú elskar og verð so góð til tað.

PISAN 2010 2

6 Greinar 6 Napoleon í Fraklandi 12 Malan í Milano 15 Jóan Karl í Noregi 17 Sanna: Lund og Turkaland 18 20 22 24 26 27 28 30 32 34 36

Beinta í Australia Kristina í Australia Kára í Spania Kristina í London Beinta í Brighton Marjun í Edinburgh Bára í Luton, Onglandi Heidi í Glasgow, Skotlandi Jana í Elgin, Skotlandi Hans Arni í Póllandi Hildur í Danmark

24

54

38 Úr Føroyum 38 40 42 44 46 48 49 50 54

Birita og Simona á læraraskúla Fróskaðarsetur Føroya Súsanna á Setrinum og í KBH Stuðulsstovnurin Altjóða skrivistovan Góðu høvdini koma ikki aftur Hvar lesa Føroyingar? SU- skipanin Ólavsøkutekning

56 Tema: Ísland sum lestrarland 56 58 60 62 63 64

Háskúli Íslands Yrsa í Háskúla Íslands Sølvi í Háskúla Íslands Háskúlin í Reykjavík Torleif í Háskúlanum á Bifrost Biretha í Háskúlanum á Akureyri

66 Vel tína framtíð

Blaðstjóri: Sólja Klargaard Blaðfólk: Sølvi Símonarson, Biretha Vitalis Joensen, Yrsa Hauksdóttir Frýdal, Vivian Tausen, Sólja Klargaard Lysingarfólk: Sølvi Símonarson, Yrsa Hauksdóttir Frýdal Rættlesing og Umseting: Biretha Vitalis Joensen Útlit: Sólja Klargaard Prent: Oddi prent

>> Næsta blaðsíða

Sólja Klargaard Forkvinna MFS Ísland

14.000 lesandi.

Lívfrøði Jarð- og havfrøði KT-verkfrøði Sjúkrarøktarfrøði Lærari Námsfrøði Søga Samfelagsvísindi Stjórnmálafrøði Føroyskt Fróðskaparsetur Føroya . + 298 352500 . setur.fo

3


allir hentleikar á skúlanum

Nordens Paris

tú fært veruliga samband við læraran

Í fjør vóru um 1800 føroyingar undir hægri útbúgving í Føroyum ella uttanlands

lærdómur er lættur at bera

Her er alt ið ein lesandi hevur brúk fyri

ongantíð keðir tú teg ein spennandi mótabýur

Mann livir so leingi mann lærir

lærdi minst líka nógv við síðuna av skúlanum man fær netverk um allan heimin

heimsins besta útsýni

eitt kulinariskt upplivilsi

Lesandi úr ymiskum londum siga frá teirra uppliving av lestrarlandinum og útbúgvingini

126 lesandi á hægri lærustovni fingu í ár ÚSUN stuðul til skúlagjaldið. ÚSUN stuðul verður veittur lesandi uttanfyri Norðurlond.

4

>> Næsta blaðsíða

PISAN 2010

-

onkur longri burturi enn annar ...

Eg elski mítt lív her !!

5


>>Suðurfrakland

NAPOLEON SMITH, 22 ÁR

”Hava foreldrini hjá tær veruliga kallað teg fyri NAPOLEON!!?”, er tað vanliga aftursvarið

í

Aix-en-Provence

Eg eri ein heldig lús... Vakni upp um morgunin við at sólin kagar inn gjøgnum vindeygað og vermir mær um andlitið, busti tenn og fari niður undir í køkin, har ið góðir kollegiivinir gera alt fyri at geva hvørjum øðrum eitt gott kornflekshumør. Eg skeiti at klokkuni, um tveir minuttir byrjar tímin, men eg uggi meg við, at eg geografiskt sæð bert eri tveir minuttir frá universitetinum til gongu, harafturat plagar lærarinnan at koma ov seint, og um eg so komi ov seint, taki eg bara kakur ella blomstur við. Verði næstan altíð noyddur at renna, á vegnum heilsa villar várblómur og tann fólklsligi pilsuvognseigarin mær við morgunreinum brosum. Í labirintgongjunum á universitetinum eru altíð onkrar fittar gentur, sum geva einum eyka energi til at leypa upp trappurnar (Université de Provence er kvinnudominerandi við meiri enn dupult so nógvum gentum sum dreingjum), so standi eg tivandi framman fyri hurðini. Gloppi hurðina. Aftur ov seinur í dag. Studentarnir og lærarinnan grína eitt sindur, sum eg ørkymlaður seti meg á ein stól. Dagurin er byrjaður.

6

>> Næsta blaðsíða

Málvísind

Tað sosiala á málskúlanum er heilt upp í topp. Ein fær vinir allastaðnis frá, sum eru saman um eitt: at læra franskt

Frá dreymi til veruleika

Síðan tíðina í Hoydølum havi eg altíð droymt og tosað um at fara til Frankaríkis, men aftan á tvey ár í arbeiðsstúvlum, gjørdist tað ov stuttligt; fólk byrjaðu at halda, at eg var í Frankaríki, so nógv hevði eg gabbað um ætlanina. Tá ið eg ein dagin í juni 2008 át døgurða saman við einum vinmanni í Hvonn, fall fimmoyra. Mín góði vinmaður hugdu meg álvarsamt inn í eyguni og segði: “Nú hevur tú tosað um hatta í fleiri ár. Nú haldi eg, tú skalt taka teg saman!”

So 215 ár eftir at Nólsoyar Páll hevði stungið nøsina í franska mentan og seinni tikið navnið “Napoleon” við sær heim til Føroya, møtti eg í apríl mánaði 2008 einum fronskum fólkalívsfrøðingi, sum granskar í Føroyum og Íslandi. Hann fortaldi mær um universitetið í Aix-enProvence (www.univ-provence.fr), sum sambært honum er tað besta boðið aftan á La Sorbonne (París), tá ið tað kemur til fólkalívsfrøði, og hevur tað eisini eitt ótal av málum at bjóða. Hann bjóðaði sær at taka væl ímóti mær, um eg valdi Aix-enProvence sum lestrarbý.

Á málskúla fyrst

Við stuðli og eggjan frá foreldrum og góðum fransktlærarum, tók eg avgerðina at melda meg til eitt málskeið fyri útlendingar á Université de Provence í Aix-en-Provence. Hetta er ein upplagdur og stuttligur máti at koma at kenna fólk, mál og mentan, ístaðin fyri at missa seg sjálvan burtur á universitetinum uttan at fáa stundir til at hugsa – og droyma. Málskúlalærarar hava tað motto, at ein lærir best, tá ið tað er stuttligt, og tað sosiala í einum málskúla er heilt upp í topp. Eg tori næstan at siga, at tíðin á málskúlanum er ein tann mest ævintýrliga og spennandi tíðin í mínum enn unga lívið. Skúlin er bara ein brotpartur av málsligu innlæringini, tí tú tosar og hoyrir jú franskt alt døgnið runt, og tískil svevur mann sum ein steinur teir fyrstu tveir mánaðarnar. Ein fyrimunur er eisini, at enskt er eitt banniorð í undirvísingini, og harafturat duga fransmenn so deiliga illa hetta “verðinsyvirtakandi” málið. Í Aix-en-Provence eru fleiri málskúlar, so sum mín egni “S.C.E.F.E.E.” á universitetinum (http://sites.univ-provence.fr/ wscefee/), har sum Tordis eisini hevur gingið síðsta semestur. Her fær mann eina føling av at vera á universiteti, tóat

málskúlatímarnir meiri eru at líkna við sjónleikir, har ið tað ikki einans er lærarin, ið hevur orðið. Skúlin “I.E.F.E.E.” (http://www.iefee.com/) er absolutt eisini eitt gott boð, tí at hann veitir øllum næmingum eina vertsfamilju at búgva hjá. Hesir báðir nevndu skúlarnir eru ikki kostnaðarmiklir (fyri eitt heilt ár kostar teir ávikavist 11.760 (mín skúli) og 13.598 kr) . Málskeiðir eru tað nógv av í Frankaríki, og herfyri møtti eg nøkrum ljóshærdum svenskarum, sum ganga á einum skandinaviskum skúla í Aix, ”Institut Scandinave” (http://www.is-aix.com/ spip.php?article1041). Tilmeldingin kann gerast stutt áðrenn, at skeiðið byrjar.

Fyrsta inntrykk (anno 2008)

Sum eitt óskrivað blað, upplivdi eg tey fyrstu inntrykkini av Suðurfraklandi. Eg las øll skeltini, eg gekk framvið. Eygleiddi fólkariðilin á flogvøllinum. Spurdi meg sjálvan, hvussu ein rættur fransmaður mundi síggja út: Myrkt hár, stóra nøs og brún eygu? (stereotýpan) Familjan og eg eru á tokstøðini. Gjøgnum glasloftið skínur tað eyðkenda bjarta provensalska dagsljósið (ei undur í, at

7


>>Suðurfrakland

Provensalska sólarljósið er tiltikið. Hvítir heyggjar og uppturkaðir runnar, veðurlagið er milt sum miðjarahavið.

Teir fyrstu mánaðirnar var eg sum eitt sum eitt lítið barn. Seyg til mín. Onki var gerandisligt, alt var meir ella minni eksotiskt og spennandi. Eg varð ímóti mínum væntanum sera væl móttikin sum útlendingur.

Aix-en-Provence í heimsins nalva

Aix-en-Provence er ein sjarmerandi franskur studentabýur einans tjúgu minuttir norðan fyri stórbýin Marseille og eksotiska dunnuhylin Miðjarahavið. Veðrið er so milt og sólbakað, at tú kanst hanga eina hosu upp á ein snór uttan klemmu, gloyma hana í tríggjar vikur, fyri síðani at síggja, at hon ikki hevur flutt seg ein tumma. Í andsøgn til

Marseille (grikskan uppruna) varð Aix grundlagdur av rómverjunum um ár 122 fyri Kristi føðing; áðrenn rómverjarnar vóru tað sjálvandi teir tiltiknu Asterix og

Obelix (eitt keltiskt fólkaslag), sum hingu út her. Eg gjørdist alt fyri eitt forelskaður í byggilistini í miðbýarøkinum, sum er elligomul og ævintýrlig: smáar standmyndir innhøgdar yvir vindeygum og hurðum, deiliga skeivir og litfagrir tekjusteinar, gamlir skorsteinar, brústeinsgøtur og springvøtn. Men so var tað eisini býarandin, tað ríka kafé-lívið og matstovulívið, sum bertók meg og familjuna. Aix-búgvar dáma væl at njóta lívið, og vín og matur trýtur ikki í nøkrum króki; hesin serstaki franski hátturin at hugna sær, rópa tey “ l’art de vivre” (listin at liva). Á høvuðsgøtuni “Cours Mirabeau” er tað sum á Ólavsøku hvønn einasta dag. Við tíðini leggur ein eisini merki til, at fólk flest dáma væl at pynta seg. Tann fyrsta veturin var tað

hægsti moti at ganga i svørtum, men eg timdi ikki at taka lut i nakrari gerandisligari jarðarferð, so eg for heldur i ta pinklittu skjurtuna.

At vera studentur í Aix er litfagurt og spennandi. Býurin er passaliga lítil við einans 140.000 íbúgvum (fínt hjá einum føroyingi at byrja við), harafturat er ein triðingur av teimum studentar úr bæði Frankaríki og øllum heimsins herðahornum. Møguleikarnir fyri stimbran, avbjóðing og menning eru nógvir. Studentaumhvørvið er ein væl kryddraður smeltipottur, so nógv ymisk fólkasløg, mál og mentanir, ja, - ein kennir seg sum í heimsins nalva; harafturat hevur tú Marseille og Miðjarhavstrondina beint uttan fyri hurðina.

Napoléon Bonaparte

Um tað finst ein máti at blíva heimskendur i Frankariki uppá, so er tað at eita “Napoleon” sum fornavn. Fólk gerast heilt ørkynlaði, ta ið eg opni munnin og sigi, at eg eiti Napoleon, ja, har eru eini trý sløg av reaktiónum. Sum oftast flenna tey ovfarin og vóna, at eg bara tvætli (í teirra heimsfatan hoyrir navnið Napoleon einans heima í søgubokunum). Navnið Napoleon gerst ofta dagsins vittigheit, tá ið eg læri nýggj fólk at kenna. Tað, at koma frá Føroyum er sjálvandi eitt bonus til dagsins vittigheit, men síðani fótbóltsdystin i fjør er tað brádliga vorðið lættari at greiða frá um Føroyar, og sum oftast fái eg eitt grínandi smíl afturfyri (fótbólturin ger okkurt gott hóast alt).

Tak yvir høvdið

Okkurt skal mann búgva í, segði maðurin. Og við bústaði kundi eg ikki verið meir

>> Næsta blaðsíða

impressionistarnir valdu hesar leiðir), sum fer at fylgja okkum allan vegin. Ljósið, blandar seg við kvinnurøddina í hátalaranum, og í luftini sveima ósvaraðir tankar. Tokið kemur.

heppin. Tá ið eg kom suður til Aix-enProvence við familjuni fyri at búgva tvær vikur saman í eini ferðaíbúð, hevði eg onga áning um, hvar ið eg kundi búgva. Býurin er ein væl umtóktur, bæði hjá fransmonnum og hjá ferðafólkum, tiskil eru íbúðarleigurnar tíverri farnar nógv upp seinastu nógvu árini. Eg leitaði í nakrar dagar, og sum frá himlinum var eg so heppin at finna eitt bíligt kamar á einum teologiskum kollegii, sum liggur beint við síðuna av bæði universitetinum og ítróttarhøllini – eitt lítið hugnaligt smørhol við einum ríkum felagslívi.

endaliga valið verður tikið; eg plagdi at fylgja við í øðrum fyrilestrum, so sum í fólkalívsfrøði. Universitet er nakað sum ein buffet við nógvum ymiskum meira ella minni leskiligum. Í Frankaríki eru tey universitetini bæði almenn og bílig. Eg havi goldið slakar 3.000 krónur fyri bæði lestur, ítrótt og sosiala trygging í eitt heilt ár; mann kann velja upp til tvær ítrottargreinir, og í mínum føri gjørdist tað til tveir dansitimar

Tað eru sjálvandi ikki øll, sum eru eins heppin og eg. Summi gjalda dýrar dómar fyri okkurt lítið fuktigt hol. Men leitar mann, so finnur mann i síðsta enda. Og sum áður nevnt, so hevur málskúlin ”I.E.F.E.E. tøkar vertsfamiljur í býnum; at kunna seg um bústaðarmøguleikar í góðari tíð ger sjálvandi ikki støðuna verri.

Lærarar sum duga at gera eitt hvørt turrisligt fak til eina “ævintýraferð”

Eftir at eg hevði staðið ta atgongsgevandi málsligu royndina D.E.L.F. (sum svarar til TOEFL í Englandi), brúkti eg summarið at hugsa meg um, hvørja fakliga leið, eg nú skuldi velja á universitetinum. Fyrst valdi eg bókmentavísind, men skjótt fór eg yvir til málvísind við týskum sum síðufak. Næstan øll sleppa inn á universitetið (í mótsøgn til fronsku elituskúlarnar ”Grandes Écoles”, sum næstan eru ómøgiligir at sleppa inn á), og at byrja við kann ein royna fleiri lærugreinir, áðrenn

virka sum tríggjar minuttir, so spennandi og smittandi eru teir við teirra vitan og eldhuga. Eg minnist væl byrjunartíman í fyrsta semestri, tá ið ein av mínum mergjaðastu lærarum, tann víðgongdi multilingvisturin Tournadre, segði við flokkin, at nú skuldi hann vísa okkum nakað ótrúliga sjáldsamt, sum vit ongatíð høvdu sæð fyrr í lívinum; so vendi hann sær til mín á svenskum og segði: “Kammerat Napoleon, kom upp her og bend okkum “hestur” á føroyskum upp á talvuna”. Fyri málfrøðingar er føroyskt eitt eksotiskt undurverk, tí tað er berari av teimum fornastu formunum av teirri germansku málfamiljuni.

Mann skal velja eitt síðufak fyrsta árið, og annars velur mann eitt lítið eykafak hvørt ár (í málvísind velur mann eitt mál eyka). Eg lesi so týskt sum síðufak.

um vikuna.

Málvísind, Science du langage, ella linguistics, sum tað eitur á enskum, er ein lærugrein fyri málelskarar. Vit læra eitt sindur um øll tey 7000 málini, sum verða tosaði kring allan knøttin, um hvussu málfamiljurnar hanga saman, um uppruna og menning, um málpolitikk, men eisini um tað musikalsku síðuna av okkara málburði sum jarðarbúgvar. Lærararnir liva fyri tað, teir undirvísa, og serliga eru tað tveir av mínum lærarum, sum fáa tríggjar samanhangandi tímar at

Lærugreinin málvísind breiðir seg víða við nógvum fjølbroyttum teoretiskum og praktiskum lærum, so at mann fær eitt sunt málfrøðiligt grundarlag, áðrenn mann annað árið fær møguleika at fordjúpa seg í einum ávísum, t.d. tí at gerast fransktlærari fyri útlendingum (FLE). Um ein ætlar at gerast fransktlærari ber eisini at byrja við at lesa bókmentavísind.

Aftan á skúlan kemur frítíðin

Til tey, sum síggja universitetslívið sum nakað grátt og keðiligt, so er tað at vera studentur annað enn fjøll av støvutum


>>Suður-

bókum. Mánakvøld syngi eg í tí teologiska kórinum, og síðan hava vit eina felagsmáltíð á kollegiinum, sum eg meti vera hjarta í kommunismuni.. nei, eg meini tí góða felagslívinum. Týskvøld gangi eg til eitt skriviskeið, har ið mín góði vinmaður, yrkjarin Marien gevur okkum íblástur at skriva okkara egnu yrkingar og søgur; onkuntíð fara vit inn í býin ella heim til onkran at lesa yrkingarnar upp. Mikukvøld plagi eg javnan at vera í einum studentabíbliubólki. Hósdag fer pulsurin upp við dansivenjing í høllini við síðuna av. Og Sunnudagar plagi eg at fara í onkra kirkju, serliga eina í Marseille, har sum eg fann mín fyrsta vinmann, sum kemur frá Madagaskar. Annars dámar mær stak væl ikki at vera ov planlagdur, at liva í núinum og at ferðast av og á. Tá ið mann gongur á universiteti verður mann roknaður sum vaksin (ella mann skal helst ikki sita og skjóta viskileður eftir næminginum frammanfyri). Lesur mann ikki upp á, so er tað eins egna problem. Men dámar mann tað, mann lesur, so er tað eitt spæl. Pápi mín skuldi eina ferð siga, “Mann lærir so leingi sum mann livir”, men kom til at siga “Mann livir so leingi sum mann lærir”, og so bleyv hann so hugtikin av sannleikanum í hesum feilsetninginum.

Vansar?

Tá ið eg eg gjørdi av at fara til Fraklands at lesa, fyrireikaði eg meg uppá, at skrivstovuveldið kann vera droytt at fáast við. Tað sigst, at longur suður ein ferðast, strævnari og drúgvari gerst pappírsarbeiði. Nakað av veruleika er væl í hesum ástøðinum, men nógvar av administrativu trupulleikunum, eg havi verið ígjøgnum, kunnu lættliga sleppast undan, um ein setur seg væl inn í tingini frá byrjan av.

10

Ein onnur meira persónlig atfinning ímóti fronskum mátum at gera tingini uppá, er svimjihylurin! Haldi, at eg bara eina ferð havi verið og svomið í tí lokala svimjihylinum í Aix. Sum eg kom inn í mannfólkaskiftirúmið, so stóð ein fongsulsvaktaktig madamma harinni og eygleiddi mannfólkini, sum fóru inn í sovorðni smá skáp at skifta. Eg var ikki meir enn komin út úr skápinum, so legði hesin kvinnuligi kontrolørurin eftir mær, tí at míni svimjisjorts “vóru ov víð”.

Pasta og ketjupp

Sum føroyingar eru vit teir mest forkelaðu studentarnir i heiminum, tá ið tað kemur til stuðul til lesandi. At finna arbeiði hjá einum føroyskum er ein marglætistrupuleiki samanborið við lesandi úr øðrum londum. Eg kenni fleiri, sum ikki hava stundir til skúlating, tí at tey eru noydd at arbeiða sum hestar fyri at yvirliva. Ein amerikanskur vinmaður segði mær, at hann var givin at lesa og for at læra til bakara, tí at pengarnir ikki rukku til útbúgvingina, hann hevði verið í gongd við. Nóg mikið um tað, vit kunnu bert vera takksom og gera brúk av teimum góðu stuðulsmøguleikunum, sum eru til taks frá bæði føroyskari og danskari síðu. Um farið verður á málskúla finst ein málskúlastuðulsskipan, har ið alt skúlagjald verður dekkað, um skúlin í minsta lagi fevnir um 15 timar um vikuna; harafturat fær ein livikostnað í seks mánaðir, um ein longu hevur lært málið frammanundan. Ein má tá hava í

huga, at hetta er eitt lán, inn til ein er farin á universitet at lesa innan eitt ávíst tíðarskeið eftir málskeiðið. Eisini kann ein søkja í góðari tíð um ferðastuðul og fáa eina ókeypis bilett aftur og fram árliga. Tá ið ein so er sloppin inn a universitet er nógv pappírsarbeiði at orðna fyri at fáa tann gylta SU stuðulin; vælsignaði orðnið SU í góðari tíð, tí nústani havi eg fingið pappírini upp á pláss og bíði nú eftir pengunum.

Vælkomin til Frankaríkis

Ert tú ein av teimum ævintýrhugaðu, sum vil fara longur upp um bøgarðararnar enn Øresundskollegiið ella Aberdeen, so er Frakland eitt gott alternativ. Vit eru nakrir fáir føroyingar búgvandi runt um í landinum, t.d. Bjalla i Lyon, Carl Herup í París og so veit eg um nøkur, sum eru á málskúla onkustaðnis niðri við miðjarhavstrondina, her ið sól og summar ráða fyri borgum.

Føroyingar finnast allastaðni, sigst, men sum nú er, telji eg 100% av føroyska befólkniginum í Aixen-Provence. Tit eru vælkomin at seta tykkum i samband við meg, um tit brenna inni við spurningum viðvíkjandi málskúla ella universiteti í vínsins landi. Fleiri og fleiri vísa seg at vera áhugaði í at koma higar á málskúla, so vónandi verði eg partur av eini komandi føroyskari minikoloni her suðuri í framtíðini.

>> Næsta blaðsíða

frakland

At vera lesandi Vit í Eik bjóða tær ein pakka av tænastum, ið kunnu gera lívið hjá tær sum lesandi lættari, t.d. NemKonto, Kort, Netbanka og Lestrarkreditt við sera góðum treytum. Les nærri um Ungdómspakkan á www.18-25.fo, har vit eisini hava góð ráð til tín, ið ætlar tær uttanlands at lesa

Til seinast vil eg takka øllum teimum, sum hava verið við til at stuðla, hjálpa og eggja mær í mínum lestrarvalið. Napoleon Smith, 22 ár

www.18-25.fo 11


Malan í Milano Skiftsskipanin Erasmus

Tá man ferð til Evropa við Erasmus, er man rættiliga priviligeraður av, at man allatíð meðan man er uttanlands, er registreraður sum lesandi á sínum heimahoyrandi universitetið. Eitt Erasmus semestur er ein partur av tíni útbúgving, so man fær uttan nakrar trupulleikar SU. Man skal ikki gjalda lestrargjald og harafturat fáa øll eitt Erasmuslegat, svarandi til uml. 1100-1200 evrur fyri hvørt semestur. So peningaliga nýtist tað ikki at vera ein stór kollvelting at fara avstað.

Tað er eitt spæl at keypa ferðina á netinum...

Landskabsarkitektur á KU–LIFE

Skiftisnæmingur í Milano T

á eg tók avgerðina um at Keypmannahavn skuldi vera mín lestrarbýur, visti eg beinaveg at eitt ella fleiri semestur skuldi takast aðrastaðni í heiminum. Hvar ella nær fann eg ikki útav fyrr enn væl áleiðis í útbúgvingini. Eg lesi dagliga Landslagsarkitektur á KU – LIFE ( Det Biovidenskabelige Fakultet, Københavns Universitet, fyrr Kgl. Veterinær og Landbohøjskole). Sum landslagsarkitektur er rættiliga umráðandi at fylgja við hvat rørir seg innan fagið – bæði innan og uttanfyri landoddarnar, og hetta var bert ein av orsøkunum til at eg setti mær fyri at taka ein part av útbúgvingini uttan fyri Danmark. Tað er ymiskt nær fólk taka tílík semestur, men á mínu útbúgving er tað vanligasta at fara út 12

aftaná loknan bachelor – tvs á 4. árið ella 7 semestri, og hetta var eisini tað, ið eg valdið at gera.

Møguleikarnir fyri hvar man kundi fara, vóru nærum óendaligir, men eg valdi rímiliga skjótt at eg gjarna vildi vera innan fyri Evropa, og skiftisskipanin eitur tá ERASMUS, ið er eitt samstarv millum tey flestu universitetini í ES.

Eitt semester í Milano

Mítt val fall á Milano, Italia. Orsøkirnar vóru ymiskar, eitt nú at tey bjóða altjóða kandidatgreinar – tvs at lærugreinirnar vóru á enskum.

Alt er tó eitt sindur óvugt í Italia, og sera ringt var at fáa nærri upplýsingar um skúlan, undivísingina og um

alt sum heild! Men inn kom eg og mitt í august 2009 fekk eg boðini um at møta á skúlanum 21. septembur til “ registration day”. Eg fór beinavegin í gongd við at arrangera mítt uppihald – ella at royna! Eg fann so líðandi útav at tað lættasta var at taka tingini sum tey komu og bara fara avstað. Mitt í septembur stóð eg so á Milano Stazione Centrale lættari forvirrað. Uttan nakað stað at búgva, lítlan og ongan kunnleika um italienska málið og slettis ongan kunnleika til býin! Men her vísti facebook seg at vera ein sera góð hjálp og tað gingu ikki nógvir dagar áðrenn eg gjøgnum bólkin ESN MILANO (Erasmus student network) á Facebook, hevði funnið eitt kamar í eini stórari herskabsíbúð frá 1800 talinum, ið eg skuldi deila við 6 øðrum. Eitt sindur av eini umvelting tá man er vanur við sína egnu lítlu studentaíbúð.

Tá 21. septembur og “registration day” kom, fór eg – eins og allir hinir 800 Erasmus studentarnir – til skúlan Politecnico di Milano fyri at skráseta meg og væntandi byrja skúlagongdina. Men so varð ikki heilt! Hesin dagurin bleiv brúktur til at standa í røð í uml 4 tímar til at vísa eitt papír, ið man hevði móttikið frá italienska skúlanum um upptøku sum erasmus studentur. Vit fingu eitt nummar og síðani boðini um, at vit nú høvdu 2 vikur til at finna fram til hvørji fag man hevði hug at velja, áðrenn undirvísingin byrjaði fyrst í oktobur. Fyrsta fatan av skúlanum var sera generel fyri flestu skiftisnæmingarnir, tað var øgiligur mangul uppá struktur. The Italian System!

Skipanin hjá teimum við at velja fag, var sera forvirrandi og ringt var at finna nágreiniligar upplýsingar – kanska tí meginparturin var á italienskum!?

Eftir mikið stríð fann eg tó fram til nøkur fag og møtti so spent upp tá undirvísingin byrjaði. Tá funnu vit útav, at tað ikki var heilt rætt at kandidatútbúgvingarnar vóru á enskum. So har sótu vit – eg og 2 aðrir Erasmus næmingar - so fitt og fylgdu einum fyrilestrið á italienskum!

Bókað flogferð, bil og hotel á atlantic.fo Alt tær nýtist til ferðina finnur tú á okkara heimasíðu. Far inn á atlantic.fo og bílegg tín ferðaseðil, tín bil og títt hotel. Sera lætt. Tað einasta, tær nýtist, er eitt gjaldkort.

Tel 34 10 10

Øðrvísi undirvísing

Eitt, ið eg hevði fingið at vita frá øðrum, ið høvdu verið við Erasmus, var at skúlin ikki var tað, ið fylti mest í gerandisdegnum á einum tílíkum uppihaldi, og hetta vísti seg at vera rætt. Eg hevði undirvísing mánadag til mikudag og frí hinir dagarnir. Undirvísingin var rættiliga øðrvísi enn tað man vanliga kennir frá Danmark. Eitt var, at tað var rímiliga strang møtiskylda – lærarin rópti nøvnini upp í hvørjum tíma eins og man kennir til frá fólkaskúlanum. Tað kendi eg ikki til frá universitetinum í Danmark. Tað vanliga í hvørjum tíma var at

sansir.fo

>> Næsta blaðsíða

Skúlaskipanin

atlantic.fo

professarin, ið hevði ábyrgdina fyri faginum, helt ein longri fyrilestur. Tá hesin var liðugur, fór professarin avstað, og hjálparfólk – ið vóru eldri lesandi - stóðu fyri vegleiðingini til verkætlanirnar, ið vit arbeiddu uppá í bólkum. Professarin virkaði mest sum ein profilur fyri fagið, heldur enn ein, ið lærdi næmingarnar nakað serligt.

À skúlanum í Keypmannahavn eru vit von við, at lærararnir eggja okkum til, at vit sjálvi skulu kreativt tulka okkum fram til, hvussu verkætlanin skal loysast. Hetta sást ikki aftur í Italia. Lærararnir settu ein máta fram at loysa uppgávurnar uppá og so var 13


Sjálvt um skúlin og undirvísingin ikki livdu upp til mínar vónir, so vil eg meta mítt Erasmussemestur sum eina sera góða og læruríka tíð.

lærdi at fáa alt at hanga saman í einum púra ókendum býi, lærdi at takla ymiskar óvæntaðar støður á einum ókendum málið, lærdi nógv nýggj spennandi fólk at kenna, lærdi suðurlendska mentanina at kenna – saman við nýggjum vinfólkum frá øllum Evropa – vinfólk sum man fekk yvirraskandi skjótt, tá hugsa verður um at man ongan kendi fyrsta dagin. Sum heild er eitt tílíkt uppihald meiri ein persónlig menning og avbjóðing, heldur enn ein faglig menning, og eg føli meg betri “rustaða” til at taka ímóti ymiskum avbjóðingum, ið eg væntandi komi at møta í framtíðini.

“man fær netverk um allan heimin sum kunnu gerast gull verd seinni í lívinum”

Tað er ein stór avbjóðing at fara avstað frá tí trygga og vælkenda, til ein heilt ókendan bý, púra einsamøll og uttan nakað stórvegis trygdarnet.

Tað er ein sera góður máti at læra at síggja tingini við nýggjum eygum og læra hvussu tey síggja tingini aðrastaðni. Og sjálvt um eg ikki føldi, at eg lærdi tað stóra á skúlabonkinum, gjørdi eg hetta aðrastaðni. Eg

av møguleikanum. Tað er ein ógloymandi tíð og man fær netverk um allan heimin, sum kunnu gerast gull verd seinni í lívinum. Onnur, ið hava áður verið burturi, greiða eisini frá, at eitt tílíkt uppihald er sera gott á einum CV. Arbeiðsgevarir seta stóran prís á umsøkjarar, ið tora at taka avbjóðingar, kjansir, tora at leypa út í nakað ókennt. Og ja, tað er eingin ivi í, at tað følist sum at man leypir út í nakað púra ókennt, tá man knappliga býtir gerandisdagin, frá góða kenda skúlanum í Keypmannahavn, um við ein nýggjan gerandisdag á einum stórum ókendum universitetið! Malan í Jákupsstovu Magnussen

So ja, eg vil við stórari gleði mæla øllum til, ið umhugsa eitt semestur ella 2 sum skiftisnæmingur at taka

MFS skrivstovan er í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A, har flest okkara tiltøk eisini fara fram. Skrivstovan er opin týsdag og hósdag millum kl. 16

og 18. Ein er vælkomin at seta seg í samband við okkum, um einum tørvar svar uppá spurningar ið viðkoma teimum lesandi. Tað verði seg spurningar um SU, føroyafrádrátt, ferðasetuðul og annað.

Tú kanst eisini fáa fatur á MFS via teldupostadressuna mfs@mfs.fo, á telefon (+45) 50 46 77 35 ella við at vitja heimasíðu okkara www.mfs.fo.

Í síðstuni hevur virksemið í Keypmannahavnar nevndini verið stílað ímóti sosialum tiltøkum fyri teimum føroysku lesandi í Keypmannahavn. Málið er at samla tey lesandi, ikki bert til gaman men eisini til álvara, við upplýsandi tiltøkum um ymisk aktuel føroysk viðurskifti.

Av tiltøkum kunnu nevnast ræstkjøtaveitlsa, dansir í føroyingahúsinum, árliga

lestrarstevnan á Christiansborg, frásagnir um býráðs- og løgtingsval tá hesi eru og ”at flyta heimaftur”.

Tiltøkini verða lýst á heimasíðuni, á Facebook og plakatir verða hongdar upp runt á kollegiunum. Komið og verið við í MFS, tað er ókeypis! Á tann hátt kunnu tey føroysku lesandi samlast og virka fyri at betra um okkara kor!

Jógvan Svabo Samuelsen er klaksvíkingur og 29 ára gamal. Hann lesur jura á Københavns Universitet á fimta árið. Hann hevur verið limur í MFS í 5 ár og hevur síðstu 3 árini starvast sum skrivstovufólk hjá MFS.

Birita í Dali er 23 ára gomul og kemur úr Trongisvági. Hon lesur Stjórnmálafrøði á Københavns Universitet á øðrum árið. Hon gjørdist limur í MFS í januar og er nú forkvinna í Keypmannahavnarnevndini.

Cecilia Nolsøe Poulsen er úr Froðba og er 24 ár. Hon lesur Erhvervsøkonomi og Psykologi á Copenhagen Business School á triðja 14 árið. Gjørdist limur í MFS í 2007 og hevur síðani januar í ár verið forkvinna í MFS.

” Tromsø er ein rættur lestrarbýur og tað er tætt ímillum tey lesandi”

>> Næsta blaðsíða

vænta at øll fylgdu teirra atferðum. So tað var rættiliga torført at menna seg kreativt og fagligt hetta semestrið í Milano – á skúlanum í hvørtfall!

Fiskivinnuútbúgvingin í Tromsø ein breið vinnuútbúgving Fiskivinnuútbúgvingin

Bachelor fiskivinnuútbúgvingin í Tromsø er ein breið vinnuútbúgving, har dentur verður lagdur á fjølbroytni fram um spesialisering. Ein lærir um so at siga allar síður av vinnuni - alt frá lívfrøðini hjá fiski og stovnsrøkt til marknaðarføring og fíggjarstýring. Bachelorútbúgvingin gevur atgongd til master í ”fiskerifag”, har ein spesialiserar seg innan eina av átta ymiskum greinum. Næstan øll undirvísing fer fram á Fiskerihøgskolen, sum er ein partur av Universitetinum í Tromsø.

Gott lestrarumhvørvi

Tromsø er ein rættur lestrarbýur, og tað er tætt ímillum tey lesandi. Av teimum uml 50.000, ið búgva á sjálvari Tromsø-oynni, eru uml. 10.000 studentar, og á eini oyggj, sum ikki er størri enn tað dupulta av Nólsoy, gevur hetta eitt ótrúliga gott studentalív. Møguleiki er fyri øllum hugsandi ítrivum, alt frá teimum vanligu føroysku ítróttarítrivunum til eina

rúgvu av øðrum mentunarligum og náttúru ítrivum. Um tað er náttúran sum dregur, so eru góðir møguleikar fyri at standa á skí og skoytum um veturin og ganga fjallatúrar og fiska um summarið, tá middnáttarsólin setir sín dám á. Eisini verður skipað fyri ymiskum festivalum og øðrum tiltøkum. Við einum ríkum mentunarlívi og caféum á hvørjum horni, er tað ikki av tilvild, at Tromsø eisini verður kallað Nordens Paris.

Kostnaður og stuðul

Føroysk lesandi í Norra fáa vanligan lestrarstuðul frá SU í Danmark, og útbúgvingarnar á Universitetinum í Tromsø eru ókeypis. Tey lesandi gjalda bert fyri bøkur og eitt lágt semesturgjald, sum fer til veitingar uttan um universitetið, t.d. ítróttarhøll, barnagarðar, kollegie og studentahús. Hetta viðførir eisini, at studentar kunnu nýta hesi tilboð til ein rímiligan prís. Annars er prísstøðið sum heild nøkunlunda tað sama sum í Føroyum.

Hví velja Norra?

Eg valdi at fara til Tromsø at lesa, tí at fiskivinnuútbúgvingarnar her norðuri hava gott umdømi í Føroyum, samstundis sum eg veit um fleiri føroyingar, sum hava lisið her fyrr. Eg eri ikki eitt stórbýarmenniskja, og við stórum áhuga fyri náttúruni var Norra eitt upplagt stað at velja. Vansar við at lesa so norðarlaga í Norra eru myrki veturin og langi flúgvitúrurin heim til Føroyar, men eg haldi at tað góða lestrarumhvørvið og náttúran so væl og virðiliga uppvigar hesar vansar. Eg trívist væl í Tromsø, og til tey sum ivast, hvar tey skulu fara at lesa, so er Tromsø heilt víst vert at umhugsa. Jóan Karl Joensen

15


>> Næsta blaðsíða 16

Master í bókmenta- og mentanarfrøði í Lund og Turkalandi

E

g taki master í bókmenta- og mentanarfrøði á universitetinum í Lund. Eg havi tvær bachelor útbúgvingar, onnur í íslendskum máli og bókmentum frá Háskúla Íslands og hin í almennari bókmentafrøði úr Lund. Seinasta hálva árið havi eg verid skiftisnæmingur á Bilkent Universiteti í Ankara í Turkalandi.

Annarleiðis skúlaskipan

Í Turkalandi er alt øðrvísi, og universitetið var ikki nakað undantak. Hóast støði var høgt, var tað í summar mátar sum at koma aftur í fólkaskúlan. Møtiskylda, uttanatslæra og karakterir fyri, hvat mann sigur í tímunum. Undirvísararnir eru altíð ógvuliga væl skipaðir og fyrireikaðir og krevja nógv av næmingunum. Um næmingarnir ikki eru aktivir í tímunum, verða teir spurdir. Næmingarnir hava ofta framløgur, og við jøvnum millumbilum eru próvtøkur. Í Reykjavík og Lund var eg von við, at tað var mest at gera beint upp undir próvtøkurnar, men soleiðis er tað ikki á Bilkent. Har ert tú allatíð undir trýsti, tí tú veitst ongantíð, nær tú kemur til eina óvæntaða próvtøku. Í Reykjavík og Lund er undirvísingarhátturin heilt øðrvísi, og dentur verður lagdur á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at læra tað, sum verður

kravt fyri at klára próvtøkurnar.

Tvey sløg av lesandi

Bilkent er eitt kostnaðarmikið privat fróðskaparsetur, og tí er ikki óvanligt at síggja tey lesandi ganga við dýrum Gucci-urum og koyra í Mercedes bilum. Í Turkalandi er ein landsumfatandi upptøkuroynd til hægri læristovnar, og fyri at sleppa inn á Bilkent skal miðalkarakterurin í hesari roynd vera høgur. Tey bestu fáa lestrarstyrk frá Bilkent, men universitetið hevur eisini onnur lesandi, sum sjálv rinda skúlagjald. T.v.s. at tvey sløg av lesandi ganga har, tey, sum eru sera dugnalig og hava arbeitt hart fyri at sleppa inn og onnur, sum hava rík foreldur. Týðiligur munur var á hesum lesandi. Teir flestu turkar, sum eg las saman við, arbeiða hart og taka eini 9 fak hvørja hálvu, hóast 5 er tað kravda, og eru tí fyri tað mesta á skúlanum ella bókasavninum. Turkisku vinirnir, eg hevði, høvdu ikki nógva avlopstíð til “at hanga út í”. Teir fingu styrk frá skúlanum og høvdu ikki rík foreldur, tí var neyðugt at fáa góðar karakterir í øllum próvtøkunum fyri at fáa styrkin aftur komandi ár. Eg møtti ongum lesandi í Bilkent, sum hevði nakað arbeiði við síðuna av.

og hvørt ár sendir Lund ein næming til Bilkent og Bilkent ein til Lund. Eg søkti Bilkent sum nummar eitt og slapp inn. Eg fekk stuðul frá evropeiska felagsskapinum Erasmus, og teir guldu eisini fyri málskúla í tríggjar vikur, áðrenn universitetið byrjaði.

Munur á Lund og Ankara

Lund er ein ótrúliga deiligur studentabýur. Har er vakurt, hugnaligt og avslappandi stemningur. Ankara er heilt øðrvísi. Har búgva eini 5 milliónir, og har er altíð nógv ferð á. Men hóast tað, geva fólk sær góðar stundir at steðga á og eitt tað fyrsta, eg hugsaði, tá eg kom til Turkalands, var hvussu blíð, hjálpsom, opin og vinarlig fólkini vóru. Turkaland er eitt stórt, vakurt og fjølbroytt land, maturin er eitt kulinariskt upplivilsi og málið flott, og tad er bíligt at ferðast innanlands. Eg nýtti hvønn møguleika, eg hevði - í frídøgum og nógv vikuskifti at ferðast runt í landinum. Tað hevur verið ein fantastiska spennandi og lærurík tíð, og eg vil mæla øllum til, sum hava møguleikan at fara sum skiftisnæmingur, at taka av. Sanna Andrassardóttir Dahl

Lund hevur skiftisavtalu við Bilkent,

17


18

Haaa?!?! What hettar er undarligt, just sum eg sitið og skrivi hesa grein á central station, meðan eg bíði eftir næsta tokinum, síggi eg Barbaru Joensen, sum lesur science í Surfers Paradis. Haha verðin er lítil! Eg má heldur fara at heilsa. Vit eru fleiri føroyingar her, meini vit eru 7. Vit møtast viðhvørt, og tá er tað deiligt at sleppa at tosa føroyskt aftur, sjálvt um tað hendir seg at samtalan ofta skiftist aftur til enskt; tað er flóvusligt at siga, men tað eru umstøðunar vit liva í. Tað er deiligt at royna at standa á egnum beinum, men so er tað eisini nakað sooo deiligt at møta øðrum føroyingum sum vita hvat eg fari í gøgjnum. Onkrir av føroyingum hevði eg ikki nógv samband við heima, men her eru vit bestu vinir.

>> Næsta blaðsíða

sini fyri at møta fólkið. Gott nokk tekur tað umGriffith University, Avstralia leið 35-45 min at koma í skúla, men eg búgvi Eg havi fjakkað í Avstralien í eitt ár, saman við einari, ið lesur tað sama so eg visti nøkulunda, hvat eg kom sum eg, so mann er sjálvdan einsatil. Seinast eg var í Brisbane dámdi mallur á veg í skúla. Vit hava øll eitt mær tað als ikki, men kanska tí tað ótrúliga gott samanhald, tá vit hava endaði við einum krasjaðum bili, 3 tí- tíð fara vit á strendir, vatnhol, sunmar leit eftir hosteli og ongar øl! Men day session og nógv annað. hesu ferð er tað heilt annarleiðis, eg Men trúgv mær tað er ikki altíð lætt elski Brisbane! at vera so langt heimanífrá. Mann Aftaná eg kom heim frá Avstralien, sleppur ikki heim til alt. Tað er ofta møtti einari vinkonu sum fortaldi, at eg tonki ”shit eg missi nógv við at hon fór til Brisbane at lesa til foto- vera so langt burtur, alt tað vinir og graf. Tá visti eg beinanvegin, hvat og familjan upplivur”. Men heilt erligt: hvar eg skuldi lesa. Eg lesið Bachelor Far! Tað er absolut tað vert!! Mann of Photography á Griffith University. má velja millum summar ella jól heiEin fantastiskur skúli, sum liggur heilt ma. Eg havi valgt summar, tí einki perfekt fyri. Gongur mann 5 min. ke- er betri enn summar í Føroyum. So mur mann til eina falska strond, 10 kunnna jól vera hildin í 30 gradum á min kemur mann til Botanicle Gar- einari strond. den, 15 min kemur mann til býin, ella Stuðulin hvønn mánað er umleið um mann fer hin vegin kemur mann 5000 dkk, sum røkkur. Eg veit at til Westend, har allir kulturar møtast fleiri føroyingar her velja at takað og nógvar góðar cafe´ir eru. South eyka 3000 í lán. Eg eri glað fyri Bank Campus er lítið, so tað er lætt at fáa ferðastuðul, men hevði vilja at koma at kenna fólk. fingið meir. 7000 dkk er bert nokk til Eg búgvi í einum sharehouse. Eg helvtina av túrinum. Sum lesandi er valdi tað, tí at tað er bíligast og ei- tað nógv at skula gjaldað 8000 dkk.

Bachelor of Photography

Tað eru absolut ”ups and downs” við at lesa so langt burtri. Men dekan og fari hetta er eitt upplivilsi!! EG ELSKI MÍTT LÍV HER!!

Tað eru absolut ”ups and downs” við at lesa so langt burtri. Men dekan og fari hetta er eitt upplivilsi!! EG ELSKI MÍTT LÍV HER!! Beinta Beinisdóttir

19


Kristina í Brisbane, Australia

Á

ðrenn eg flutti yvir her at lesa i juli 2009, var Avstralia sól og summar, fremmant og spennandi. Hesa myndina havi eg minst líka nógv nu eg havi verið her i skjótt eitt ár. Fjøllini eru skift út við høg hús, mjørkin er skiftur út við sólina. Eg hevði ikki roynt at búð uttanfyri Føroyar, áðrenn eg kom til Australia. Mín heimstaður eitur nú Brisbane. Býðurin liggur mitt á eystur síðuni av Australia, mitt ímillum Sydney og Great Barrier Reef. Her er gott veður 10 mánaðir um árið og ein tími er at koyra til strondina. Árstíðirnar her er øvugt av hvat tær eru í Føroyum, summar er í desembur og vetur er í juli. Brisbane verður kallaður bygdasligur í mun til Sydney og Melbourne, men veksur og mennist skjótt. At býurin er stórur og nærum 2 mió. fólk búgva her, leggur ein ikki stórvegis merki til. Fjakkarar minnast sjálvdan býin serliga væl aftana at hava verið framvið, sum sigur nógv um ta fyrstu kensluna ein kann fáa av staðnum. Býurin skal granskast eitt sindur áðrenn tú finnur teg til rættis.

nan av samskifti og sosial sálarfrøði, hin er ein business management útbúgving. Av tí at universitetið er tað best umtókta í økinum, er útbúgvingin kostnaðarmikil. Stuðulin fra Stuðulstovninum til útbúgvingar uttanlands er eisini við at minka nógv.

Ein fulltíðar lesandi hevur fýra lærugreinar hvørt semestur, tvs. 8 lærugreinar um ári. Flestu lærugreinarnar eru settar saman av einum tveir tíma longum fyrilestri og einum vanligum flokkstíma. Til fyrilestrarnar eru 200-500 næmingar, og í vanligu flokkstímunum eru uml. 25 næmingum. Av tí at fleiri fyrilestrar verða lagdir á netið, minkar uppmøtingin nógv sum vikurnar ganga. Men sum internationalur næmingur hava vit møtiskyldu, sum partur av loyvinum til at vera í landinum. Fakliga fái eg nógv burturúr. Mær dámar ótruliga væl tað eg lesið og fyrilestrarnir eru sera áhugaverdir. Allir fyrilestrahaldarnir eru serstakliga væl útbúnir, men umhvørvið á skúlanum er heilt avslappa og tú brúkar bara fornøvn, tá tosað verður við lærarar.

Australiar eru eitt sera fitt og avslappa folkaslag.

Universitetið, har eg gangi, eitur University of Queensland og er ótrúliga stórt og flott. Á universitetinum ganga yvir 40.000 næmingar, men hóast tað so sært tu altíð fleiri kend andlit. Har eru fótbóltsvallir, 50m svimjihylur, tennisbanar, rennibreyt, beach volley vallir, ja nærum alt tú kanst ynskja tær. Eg eri í gongd vid tvær útbúgvingar í løtuni; onnur er ein samantvin20

Ein hevur sjálv/ur ábyrgdina fyri at seta skála skemaði saman og av at velja lærugreinarnar sum útbúgvingin krevur. Hetta kann hava vid sær, at tú kanst faa frí tveir dagar um vikuna, skúlagongd um kvølðið ella enntá í vikuskiftinum. Ein skal ikki vænta altíð at fáa teir tímarnar ein ynskir, ti øll onnur mest sannlíkt eisini vilja hava somu tímarnar. Í flestu læru-

greinunum, sum eru teoretiskar, eru tvær skrivligar uppgávur sum telja tils. 50% av tínum karakteri og so ein skrivlig roynd sum telur 50%.

Á skúlanum er eitt stórt internationalt umhvørvið. Næstan 9.000 av næmingunum eru aðrastaðni frá. Ein veruleiki er tí, at tú verður væl við fólk sum fara avstað, og tú kemur mest sannlíkt ikki at síggja tey aftur. Tað er tí sera týðningarmikið eisini at koma nógv ímillum australiar og tad hevur verið ein jalig uppliving líka frá fyrsta degi. Australiar eru eitt sera fitt og avslappa fólkaslag. Tað málsliga var ein stór avbjóðing, tað enska vit kenna er ikki heilt tað sum brúkt verður her. Eg tók enskt á hástig á student, men hevði tað torført í byrjanini. Dagliga málið er á tremur við “slang”, øll orð verða stytt og so er tað ta akedemiska málið, sum er øðrvísi aftur. Tað skal sigast at við at lesa kommunikatión eru høg krøv til, at hava góðan málburð. Føroyingar hava tó lætt við at læra mál og eg verði nærum altíð hildin at vera úr Kanada og hava enskt sum móðurmál. Tað krevst at tú ikki fellur í fátt, tá tú situr í tínum og ikki skilur, hvat tosað verður um. Ofta er neyðugt at tora at seta spurningar og at forklára, at tú hevur enskt sum triðja mál. Tað verða tey ofta ovfarin av at hoyra, og hjálpa tær tí gleðiliga, tá tørvur er á tí.

Bústaðar møguleikarnir her eru góðir. Tað mest vanliga er, at trý til fimm fólk leiga hús saman. Kollegiir eru eisini, men tey verða rikin privat, so har er dýrari at búgva. Tað kann kortini vera torført at finna stað at búgva beint áðrenn eitt semestur byrjar, um tú vilt búgva tætt við skúlan. Buss

>> Næsta blaðsíða

University of Queensland

sambandið er ikki tað besta, so eg vil viðmæla at tað verður hugsað um, hvar valt verður at búgva. Eg búgvi saman við trimum øðrum australiarum og vit hava fimm australskar nábúgvar, øll eru lesandi í sama aldri og samanhaldið er ótrúliga gott. Vit eru sum ein familja, skiftast um at gera døgurðar til hvønn annan og finna uppá ymiskt saman á vikuskiftunum. Eg búgvi sera sentralt og tætt við universitetið, so í umráðnum eru nógv onnur lesandi. Fert tú út, møtir tú næstan altíð fólkið tú kennir, frá skúlanum ella øðrum frítíðar ítrivum. Eitt tað mær dámar best vid býnum, er hetta avslappaða og vinarliga umhvørvið. Hetta hevði eg ikki væntað av einum stórbýi.

Baksíðan av at vera so langt vekk skal eisini nevnast. Eitt keðiligt er prísurin á billettum heim. Vit hava summarferiu í desembur, januar og februar og vetrarferiu í juli. Søkjast kann um stuðul frá Stuðulstovninum einaferð um árið á í mesta lagi 7.000 kr., men í juli mánað kann prísurin til Føroyar lættliga verða 17.000 kr. og tað er meira, enn ein lesandi hevur ráð at gjalda. Tað er sera ringt at fáa SU at røkka um tú ikki arbeiðir í ferium o.l. Síðani eg kom her fyri einum ári síðani er kursurin á tí australska dollarinum hækkaður munandi. SU verður útgoldið í donskum krónum, so hvønn mánað veksli eg tað til australska dollaran til tann kursin sum er tann dagin. Hetta hevur við sær, at tá eg kom her fekk eg yvir $1.200 um mánaðin frá SU, men nu fái eg einans $970. Hetta er 1.200 kr. ($230) eg fái minni um mánaðan, har leiga, matur og alt annað eisini er vorðið dýrari. Hetta hevði eg ikki skula hugsað um, um eg var í

Danmark. Eisini er tað ringt at halda sambandið heim vid 10 tímum á muni. Tá fólk heima á Føroyum fáa frá frá arbeiði, eri eg farin i song, og tá eg komi upp fara tey í song. Eg nýti facebook at senda mailar til familjuna fleiri ferðir um vikuna og so skypa vit, tá vit fáa tíðina at passa hja báðum pørtum.

Mentanin her er ikki nógv øðrvísi enn í Føroyum. Eitt sum eg haldi vera stuttligt her er, at merkja at eingin jantelov er. Tað er heilt í ordan um tú heldur teg duga eitt hvørt og tað ávirkar ikki hvat onnur halda um teg. Eg visti ikki hvussu nógv hetta var lagt í okkum føroyingar, til eg kom at merkja mentanina her. Her verða tey eisini uppvaksin við at verða mett við onnur í ymskum royndum ígjøgnum fólkaskúlan, tad hava vit einki av heima. Ítróttur hevur sera stóran týðning fyri australiar. Tað tíðina vit nýta til søgu ígjøgnum fólkaskúlan, sum er eitt av lærugreinunum sum fyllir mest á skemaðnum, nýta fleiri av skúlunum her til at finna bestu ítróttargreinina til næmingin og menna hann innan hesa ítróttargreinina. Her verður farið í fyrstaflokk, tá ið ein er fimm ár. Tey sum byrja á universitetinum eru tí vanliga um seytjan ára gomul.

ravnar, flagurmýs, meyrir, eiturkoppar, villar kalkunir osfr. Vit hava eisini sæð smáar slangur av og a. Einki av tí er vandamikið, tað er bara at vera varin og tað venur ein seg skjótt við.

Tað krevur nógv at flyta sítt lív hálvan vegin jørðina. Eg fann sjálv universitetið eg vildi ganga á (sumt kann veljast ígjøgnum EDU í Danmark), so tað var bara møguligt at seta fyrispurningar hjá ASK, annars skuldi eg gera alt sjálv viðvíkjandi skúla, visa, bústaði o.ø. Tú fært tað bestu tíðna í tínum lívi, um tú ert klár/ur at gera tað sum krevst, tað er alt upp til ein sjálvan. Tað er tó sera mennandi og ótrúliga spennandi. Tá tú hevur eina tí bestu stuðulsskipanina í heiminum fyri lesandi uttanlanda, hví ikki brúka hana.

Eg tók tað sum eina avbjóðing og tað havi eg ikki angrað.

Australia er sum land nógv størri enn eg hevði væntað. Tað er møguligt at flúgva á beinari leið í 7 tímar, uttan at koma út um landoddarnar. Yvirraskandi er eisini, at fleiri sum eru uppvaksin í Brisbane ongantíð hava verið eitt nú í Sydney. Djóralívið er sera fjølbroytt og spennandi. Uttanfyri húsini er altíð at finna pungrottur,

Eg verið ofta spurd, hví eg valdi Australia, og serliga Brisbane sum lestrarbý. Fyri meg var hetta sera nýtt og spennandi. Eg kundi her fáa eina útbúgving sum passar best til mín áhuga. Eg tók tað sum eina avbjóðing og tað havi eg ikki angrað. Fólk eru ótrúliga løtt at koma at kenna her, bara tú tekur fyrsta stigið. Eg trívist sera væl ímillum nýggjar vinir fra øllum heiminum og tað eg lesi er sera áhugavert. At koma heim til Føroyar at ferðast er eisini nakað heilt serligt, tá ið ein býr so langt vekk. Avgerðin eg tók, um at koma til Australia at lesa, var tann besta eg havi gjørt og eg gleðist við tankan um at eg enn havi 3 góð ár eftir, at kunna uppliva alt tað, hetta landið hevur at bjóða mær. Kristina Iversen, 23ar

21


Las til pilot í Spania ”Eg kundi fáa skúlagongd og sólferiu alt í einum”

...kann við vissu siga, at eg havi heimsins bestu útsikt á mínum arbeiðsplássi.

Tað at skúlin hevði næmingar úr øllum heiminum gjørdi upplivilsið nógv ríkari.

22

g havi lisið til pilot ella ATPL (Airline Transport Pilot Licence), sum tað eitur á fakmáli. Eg gekk á einum skúla, ið eitur Airmed. Skúlin er í Valencia, Spania. Skúlin er ein internationalur skúli, og fer undirvísingin fram á sponskum ella enskum. Airmed hevur vanliga 2 klassar koyrandi samstundis. Annar á enskum og hin á sponskum. Fyri at nýta hølir, lærarar og flogfør sum best er undirvísingin skipa so, at ein er í skúla aðru hvørja viku fyrrapart og aðru hvørja seinnapart, og spanski klassin umvent. Tá ein so ikki hevur undirvísing, er flúgving ella heimarbeiði á skránni. Eg valdi hendan skúlan, tí millum annað hevur mær altíð dámt Spania sera væl, og tí at hesin skúlin var bíligari enn hinir. Lestrarlívið var ógvuliga strævið og hart til tíðir. Serliga byrjanin við tað, at tað bara var skúlagongd, og alt var nýtt. Tað at vera so langt heimanífrá, og fáa undirvísing á einum málið man ikki er vanur við, hjálpir ikki uppá støðuna. Teir fyrstu 9 mánarnar høvdu vit mest sum bara teori. Tá so tað mesta av skúlagongdini og skrivligu royndunum vóra lidnar, gjørdist alt eitt sindir stuttligari og lættari. Tá var mest sum bara flúgving eftir. Tá høvdi vit meir tíð til at njóta landið, og onkur dagur fór við at liggja upp á longs á strondini.

Undir útbúgvingini fekk eg SU og eisini hjálp úr Føroyum til at gjalda skúlan. Skúlin kostaði í 2004 uml. Kr. 550.000. Við í prísinum var so eisini íbúð. Vit vóru uml. 2-3 úr flokkinum í hvørjari íbúð. Tað at búgva saman við øðrum persónum undir somu útbúgving, haldi eg, var sera gott fyri samanhaldið í flokkinum; og gjørdi tað eisini nemmari við heimarbeiðinum. Har

var altíð onkur rundanum, ið kundi hjálpa.

Tað sum tiltalaði meg við skúlanum var millum annað klimaði. Eg kundi fáa skúlagongd og sólferiu alt í einum. Veðrið var sera gott og sjálvdan var flúgving avlýst vegna veður. Ein annar fyrimunur var at uppliva eina nýggja mentan og møta fólki ymsa staðni frá. Í skúlanum vóru næmingar úr Norra, Onglandi, India, Sri Lanka, Algeria, Ísrael, Italia o.s.f. Tað at skúlin hevði næmingar úr øllum heiminum gjørdi upplivilsið nógv ríkari. Ein av vansunum við at lesa í Spania er teirra holdningir til tíð. Tey hava ongan skund við nøkrum. Hetta er so eisini sjarman við Spania. Tann sokallaði “mañana” ella ”í morgin” lívstílurin. Hetta hevði við sær, at okkara flokkur bleiv meir enn eitt hálvt ár seinkaður. Fyri at koma inn á skúlan skal ein hava eina læknaváttan frá Ríkissjúkrahúsinum ella einum øðrum JAR góðkendum stað. Eitt sokallað ”class 1 medical”. Ein skal ígjøgnum eina læknakanning har so gott sum alt verður kanna. Hetta verður gjørt fyri at vita, um heilsan er í lagið. Handan læknaváttanin skal endurnýggjast einferð um árið. Skúlin krevur eisini, at ein tekur eina upptøkuroynd. Hendan upptøkuroynd inniheldur eina rúgvu av støddfrøði og so eisini Enskt. Støddfrøðin er fyri tað mesta cosinus, sinus og tangens.

>> Næsta blaðsíða

E

Eg eri ógvuliga glað fyri mína útbúgving og kann við vissu siga, at eg havi heimsins bestu útsikt á mínum arbeiðsplássi. Tíðanverri ber hetta starv við sær at man er nógv vekk heimanífrá. Kára Dam

23


At lesa í London

>> Næsta blaðsíða

London Contemporary Dance School

Í

2002 setti eg kós ímóti London fyri at fylgja mínum dreymi um at gerast yrkisdansari. Eg hevði verið til upptøkuroynd og var sloppin inn á skúlan The Place, London Contemporary Dance School, ein tann mest viðurkendu skúlin fyri modernaðan dans í Onglandi. Útbúgvingin var ein 3-ára bachelourútbúgving. Hesi trý árini hava verið tey mest intensu og strævnastu men avgjørt eisini millum tey bestu, læruríkastu og mennandi árini, eg nakrantíð havi havt.

24

Skúlagongdin var frá kl 9 um morgunin til kl.18 um kvøldið. Ofta var eisini neyðugt at fara í skúla í vikuskiftinum fyri at venja eina koreografi og tílíkt.

Hendan útbúgvingin var sera praktiskt orientera. Tað ber jú illa til at lesa seg fram til at gera eina pirouette, so hetta var “learning by doing.” Fyrrapartar fingu vit undirvísing í teknikki í klassiskari ballet og modernaðum dansi. Seinnapartar var ymiskt annað á skránni, alt frá anatomi til tónleik, koreografi, improvisation double work o.a.

Hvørt ár var deilt upp í 3 terminir, og í endanum av hvørjari termin vóru eksamiur í dansiteknikki og ymiskum øðrum kreativum uppgávum, og eisini var møguleiki at framføra á teatrinum sum var knýtt at skúlanum. Nógv vinabond vóru knýtt hesa tíðina. Hetta var ein internationalur skúli, og eg møtti fólki allastaðni frá; nógv av teimum havi eg samband við enn. At vera so nógv saman, og at arbeiða so intenst við kroppinum og sær sjálvum, ger at man kemur nógv tættari uppá folk enn hvat man annars hevði gjørt.

Lestrarumhvørvið var meir ella minni góðum standi. So vanligt er at deila á skúlanum. Ikki var nógv tíð ella eina íbúð saman við øðrum. orka til nógv annað. Sjálvandi høv- Tann fíggjarliga støðan sum lesandi í du vit okkara lokalu pub sum London er ikki so galin. Tíbetur vit samlaðust í aftaná ein eru vit so væl stillaði sum strævnan dag, og nógv føroyingar, at vit fáa Tað ber jú frá skúlanum búðu ÙSUN úr Føroyum og eisini saman, so tað illa til at lesa seg SU úr Danmark um var øgiliga sosialt. vit fara í holt við

fram til at gera eina

tann fyrimunurin er saknaður. Lønin her er rættiliga lág, í øllum forum innan fyri dans og leiklist, so tað kann vera ringt at fáa endarnar at røkka saman.

Í mínari bransju er tað týdningarmikið at hava eitt gott netverk og at vera úti um seg, og eg komi altíð aftur til London fyri at leita efir arbeiði, at halda kontaktirnar við líka og fyri at fáa inspiration.

eina SU-góðkenda Tað var ikki av tilvild, at eg vildi pirouette, so hetta var útbúgving. Hjá flest øðrum er tað øvugt, sleppa til London at “learning by doing.” tey noyðast at gjalda Mær dámdi so væl at lesa her, at í útbúgva meg innan2007 fór eg undir víðari lesnað her fyri at ganga í skúla. fyri dans. London er og tók eina MA í Classical Acting á ein sera spennandi býur Mín skúli kostaði 120.000 London Drama Centre og eisini hesat lesa í, og tá tað kemur til kr. um árið, so tað hevði als aferð var tað ein fantastisk uppliving list, er London óivað ein av teimum ikki borið til at farið undir hesa útEg eri nú aftur á ferð ymsa staðbýunum í heiminum sum veruligani búgving uttan stuðul frá ni í heiminum, men Lonhevur fingurin á pulsinum. Tá eg hy- bæði ÚSUN og SU. Ein don fer altíð at vera ...tá tað ggi aftur á lestrartíðina, dugi eg ei- fyrimunir við tað ensein staður, eg fari at sini at síggja, at eg lærdi minst líka ka skúlasystemið er, kemur til list, er venda aftur til . nógv við síðunar av skúlanum við at summarferian er Eg vil heilt avgjørt London óivað ein av at taka av øllum teimum listarligu so long, næstan 3 viðmæla fólki at tilboðunum London hevur at bjóða, mánaðar, so tá ber teimum býunum í heimivelja London sum tað verið seg at hyggja at dansi, til at finna sær eitt num sum veruligani lestrarbý. Her er sjónleiki, framsýningar, konsertir ella arbeiði og forvinna alt fyri øll og pláss biografar. Eisini tað at flyta til eitt sær nøkur oyru, tað hevur fingurin á pulsifyri øllum, málið kenýtt land, møta fólki frá allari verðini, hevði eg ikki tíð til, num. mur man inní beinanog at uppliva ymiskar mentanir, ger meðan eg gekk í skúla. vegin, fólk eru vinarlig at man búnast, mennist og lærir um og opin og man fær upplivheimin og seg sjálvan. Lívið aftaná lokna útbúgving er ræt- ingar og erfaringar sum fylgja einum tiliga øðrvísi, men sigast skal eisi- alt lívið. Eg havi faktiskt ilt við at síggja na- ni, at eg fór at arbeiða sum freekran vansa við at lesa í London. Men lance og havi arbeitt rættiliga nógva Kristina Sørensen eitt sum er, er at her er rættiliga dýrt aðrastaðni enn í London. Men eitt at liva. Public transport er rættiliga sum man merkir rættiliga skjótt er, dýrt, og húsaleigan her er eisini sera at sum lesandi fært tú avsláttur til høg, og ofta skalt tú gjalda nógv almenna transport, consession og fyri eina íbúð, sum ikki er í serliga til museum, teatur biografar o.a. og 25


>>Skotland “Her er lívligt og gott at vera og ongantíð noyðist tú at keða teg”

nýggj byrjan í

Brighton

E

ftir nakrar mánaðar á búskapar siga, at tað er ikki sum t.d. Købenlesnaðinum á Københavns Uni- havns Universitet, sum hevur ymsar versitet, valdi eg at byrja av nýggjum. deildir runt í býnum. Alt er samlað á Hetta var ein tung avgerð at taka, einum staði. tí eg treivst væl í Keypmannahavn. Universitetið liggur í einum grønum Bara ikki við tí, eg las. Men hugurin umráði eitt sindur uttanfyri býin og til okkurt annað, okkurt fremmant hevur bæði undirvísingarbygningar, og meira spennandi enn tryggu um- lærarakontór, bókasavn og alt, ið støðurnar í Keyphoyrir til eitt unimannahavn, var versitet. HarafUniversity of Sussex er størri. turat búgva allir

eitt campus-universitet. Tað vil siga , at tað er ikki sum t. d. Københavns Universitet, sum hevur ymsar deildir runt í býnum . A lt er samlað á einum staði .

Valið fall á Ongland. Eg kundi gott hugsað mær at farið til London, men tað vóru eingin pláss eftir, har eg søkti. Eg søkti tó eisini inn á nøkur universitet uttan fyri London, har tað gekk betur at fáa pláss. At enda valdi eg University of Sussex, sum liggur í Brighton, ið ein strandarbýur ein tíma sunnan fyri London.

Brighton er ein miðalstórur býur við einum sera livandi býarlívið, bæði um dagin og serliga um náttina. Býurin er merktur av fjølbroytni og opinleika, og fólk eru altíð fitt og blíð. Brighton verður kallaður “The Gay Capital of UK”, sum kanska serliga sigur nakað um opinleikan her. Her savnast nógv samkynd og býurin dregur eisini nógvir tónleikarar og onnur listafólk til sín og kreativiteturin merkist í býarmyndini! Býurin hevur tvey universitet, University of Brighton og University of Sussex, so ung lesandi eru lutfalsliga nógv í tali her. University of Sussex er eitt campus-universitet. Tað vil 26

fyrstaársnæmingar (sum ynskja tað) eisini her. So íbúðir/ hús, mathandlar, bankar, barrir, cafeir, læknar, fitness og enntá ein vøggustova/ barnagarður til børn hjá lesandi og teimum, sum arbeiða her, er at finna við univeristetið. So tað er sum um vit hava okkara egna lítla samfelag her á campus. Nógv frítíðartilboð eru eisini til tey lesandi. Her eru yvir 100 klubbar av øllum slag (societies), sum man kann melda seg til, harav nakrir 30 eru ítróttarklubbar. Nógv velja at gera sær dælt av hesum, fyri at læra nýggj fólk at kenna og dyrka síni áhugamál í frítíðini.

Men tá tað er sagt, skal eg eisini siga, at man er ikki bara á campus alla tíðina. Tað er lætt og skjótt at koma inn til býin, tá man hevur hug. Tað kemur meir enn so fyri, at man ger ein túr inn í býin at keypa klæðir og líknandi, ella um man hevur hug at fara út at eta onkrastaðni ella í biograf.

Men tað, sum vit oftast fara inn í býin til, eru náttklubbarnir. Mitt í viku hava teir flestu náttklubbarnir tilboð til lesandi. Bæði bíligari prísir at sleppa inn og bíligar drinks. Síðani lesandi her sjáldan hava meira enn 10 tímar av undirvísing um vikuna, ber væl til at finna okkurt kvøld mitt í viku at fara. Og tað gera tey eisini! At fara í býin mitt í viku er nógv meira vanligt enn at fara í býin í vikuskiftunum, tá prísirnir eru farnir aftur til “vanligar” prísir, sum lesandi ikki tíma at gjalda. Vikuskiftini verða so brúkt uppá at slappa meira av og kanska fara á barrirnar á campus í staðin. Eg má siga, fyri mítt viðkomandi, var tað mítt størsta “kulturchok” at fara í býin mitt í viku. Og so tað, at tað ikki er so nógv at ballast 3-4 kvøld um vikuna. Men tað er hóast alt mest fyrstaárslesandi, ið kunnu liva soleiðis. Tí at fyrsta árið telur als ikki við í próvnum her. Man skal bara klára fakini fyrsta árið, tvs. fáa 40% ella meira, fyri at sleppa víðari. Annað og triðja árið hevur man ikki líka góða tíð at ganga í býnum. So tað fyrsta árið snýr seg meira um at hava tað stuttligt, koma at kenna so nógv fólk sum møguligt og byggja sær eitt netverk enn um skúlan og uppgávur. Tá er heldur ikki sagt, at man ikki ger skúlating, men onnur ting koma fram um, og heitt verður á ein at njóta tað, meðan man enn kann. Beinta Simonsen

Events Management Queen Margaret University

í Edinburgh

>> Næsta blaðsíða

Ein

Í skrivandi løtu eri eg í holt við eina bachelor útbúgving í Events Management á Queen Margaret University í Edinburgh. Útbúgvingin tekur 4 ár, og er hon skipað í 2 lestrarhálvur um árið, við 3-4 lærugreinum í hvørjari hálvu. Hesar lærugreinar fevna víða, frá Marketing og BusinessConsultancy, ið flestu næmingar á mínari deild skulu taka, til tey, ið eru beinleiðis tengd at Events Management, so sum Risk Management og Events Image and Regeneration. Øll undirvísing gongur sjálvsagt fyri seg á enskum, og var hetta eitt sindur trupult at byrja við, men ein venur seg skjótt við skotsku dialektina. Universitetið sjálvt er nýbygt, nýmótans við góðum arbeiðsumhvørvi. Tað liggur í Musselburgh, ið er eitt sindur uttanfyri miðbýin. Tó er gott bussog toksamband út til skúlan. Eisini er møguligt at húsast á kollegium beint við síðunar av sjálvum útbúgvingarstaðnum. Skúlagjaldið er áleið £1900 um árið, og verður tað goldið av Scotish Award Agency for Scotland (SAAS). Gjaldið skal søkjast um á hvørjum ári og Altjóða Skrivstovan (ASK) hjálpti mær, tá ið eg skuldi søkja fyrstu fer. Útbúgvingin er eisini SU-góðkend, so eg fái vanligan SU stuðul, og hann røkkur rímuliga langt hesar dagarnar,

nú pundið ikki er so sterkt, sum tað hevur verið.

Sum sagt so er møguligt at búgva á kollegium beint við universitetið, og er hetta ein sera góður máti at koma at kenna onnur lesandi á skúlanum. Hendan loysnin er tó í dýrara lagi, og er tað oftani bíligari at finna sær okkurt á privata marknaðinum. Tað havi eg gjørt, og búgvi eg nú í eini íbúð saman við trimum øðrum, ið lesa og arbeiða her í Edinburgh. Tó skal sigast, at húsini her í Scotlandi sjálvdan eru væl bjálvaði, so um leiðin gongur hendavegin, minst so til pulshosurnar og ullintu undirtroyggjuna.

Í Edinburgh eru nógv lesandi, og koma tey úr øllum heiminum. Her er lívligt og gott at vera og ongantíð noyðist tú at keða teg. Við sínum hugnaligu ”gammeldags” húsum og serliga dámi, er tað altíð sum at fara á upplivingarferð í teimum áhugaverdu, søguligu og oftani kringluttu gøtunum. Her er altíð okkurt at finna til ein hvønn smag og detti eg oftani fram á fjaldar perlur, hugnaligar cafe’ir, brúktluta-handlar og støð við livandi tónleiki, ið goyma seg runt umkring. Eisini er Edinburgh karmur um fleiri festivalar gjøgnum alt árið, t.d. Hogmanay á nýggjárinum við

hugnaliga týska jólamarknaðinum á Princes Street, Sience-festival í apríl og tí vælkenda International Festival við Military Tattoo-framvísingum á Edinburgh Castle í August mánaða. Í og rundanum Edinburgh eru eisini fleiri grøn landsløg, eitt nú the Meadows mitt í býnum ella Arthur’s Seat, ið liggur við endan av eyðkendu Royal Mile gøtuni, ið byrjar uppi á slottinum mitt í býnum. Um ein ynskir at sleppa eitt sindur longur burtur, so eru The Highlands bert fáar tímar burtur, og skal man enn longur, er bæði tok og flogsambandið úr Edinburgh sera gott. Tó, um tú ætlar tær heim til Føroya í tíð og ótíð, kann hetta gerast eitt sindur møsamt og dýrt, tí tað er ikki altíð at Atlantic flýgur úr Aberdeen, so neyðugt er at ferðast umvegis London ella Keypmannahavn. Eftir 3 ár her í skotska høvuðstaðnum kann eg ikki gera annað enn at tilmæla Edinburgh sum lestrarbý, og eg veit, at eftir at útbúgvingin er lokin verður stórur saknur í bæði býnum og fólkunum, ið hava verið karmur um eina ógloymandi lestrartíð.

Marjun 27


“Eg havi altíð verið sera kreativ og haft áhuga fyri øllum handarbeiði, eisini havi eg seyma míni egnu klæðir í fleiri ár. Av somu orsøk havi eg altíð vita, at eg vildi lesa sniðgeving ella okkurt innanfyri móta.”

Móta og tekstil sniðgeving í Luton, Onglandi

>> Næsta blaðsíða

Móta og tekstil sniðgeving

Áðrenn eg søkti hesa útbúgvingina, var eg ikki klár yvir akkurát hvat, eg vildi innan fyri móta men valdi at søkja eina útbúgving, sum hevur heiti Fashion and Textile Design (móta og tekstil sniðgeving). Eg eri avbera glað fyri, at eg valdi akkurát hesa útbúgvingina, tí at útbúgvingin er sera breið innan hettar fakið. Eg gangi í skúla tríggjar dagar um vikuna, har vit læra at tekna, gera mynstur og gera tekstilarbeiði. Eisini læra vit at brúka telduforritini Photoshop og Illustrator. Avtrat hesum læra vit eisini um mótasøgu, og vit fáa undirvísing í, hvussu vit skulu bera okkum at, tá vit koma at arbeiða fyri fyritøkur. Ofta hava vit vitjan av fólki frá mótaídnaðinum, sum halda fyrilestrar fyri okkum. Á skúlanum eru nógv amboð og tilfar, sum vit kunnu nýta til okkara uppgávur. Til dømis hava tey eitt stórt prentirúm, seymi- og bindimaskinur og lærarinnurnar hava allar arbeitt sum antin sniðgevar, ella hava tær arbeitt við at gera mynstur. Í hvørjari uppgávu gera vit sjálvstøðugt alt arbeiði sum skal til fyri at gera eitt plagg. Vit byrja við at tekna umleið 50 ymisk snið fyri hvørt plaggið síðani gera vit mynstur, prenta, brodera ella hvat ein hevur hug til, og síðani seyma vit plaggið og leggja tað framm. Við hvørjari uppgávu er eisini ein stórur partur skriviarbeiði.

Útbúgvingin er býtt upp í tveir partar. Tvey tey fyrstu árini taka vit nakað sum eitur Foundation Degree, og síðani toppa vit tað upp við einum ári afturat, sum so gevur eina bachelor útbúgving. Eftir eg verið liðug við mína bachelor útbúgving, kundi eg 28

gott hugsa mær at arbeitt við onkrum innan mótaheimin í eina tíð og síðani taka masters í mótasniðgeving.

Luton (Ongland)

Tá eg setti meg niður fyri at søkja til víðari lesna, hevði eg longu avgjørt hvørjum landi eg skuldi lesa í, og hvat eg ætlaði mær at lesa. Eg havi altíð vilja lisið í einum enskt talandi landi. Í 2003 var eg í USA sum skiftisnæmingur, og tað dámdi mær væl. Hóast tað var eitt væleydnað ár, so helt eg, at tað var nakað langt burturi frá Føroyum at fara at lesa. Eg valdi Ongland, tí tað ljóðaði spennandi, er nærri, og London er eisini kent fyri at vera ein mótabýur. Eg vildi avgjørt vera nær við London, og tí endaði eg í Luton. Luton liggur umleið 30 minuttir norðanfyri London við toki, so tað er eingin trupuleiki, um man skal til London ein túr. Luton liggur í Bedfordshire, og hevur leingi verið kendur fyri teirra framleiðslu av hattum og bilum. Flogvøllurin London Luton Airport liggur eisini í Luton og er kanska tað fólk kenna býin best fyri í dag. Eisini hevur Luton ein karnival-dag eina ferð um árið í mai mánaði, sum sigst vera tann størsti í Europa. Nógv ymisk fólkasløg eru samlaði í Luton, og tað sæst væl á til dømis universitetinum. Shoppingcentur, pubbir, matstovur, biografur og annað er alt samlað mitt í býnum, tí nýtist ikki at ferðast langt fyri at sleppa til tey ymisku støðini. Eg eri glað fyri, at eg ikki valdi at búgva mitt í London. Har er deiligt at fara ein túr við hvørt, men ov stressandi fyri meg. Luton er kanska ikki nakar dreymabýur at búgva í, tað er ikki líka pent sum aðrastanið, men het-

tar hevur ikki so stóran týdning fyri meg. Eg trívist sera væl og eri glað fyri mítt val. Tað fyrsta árið búði eg á kollegie, men í ár búgvi eg í íbúð saman við fýra øðrum gentum. Vit búgva mitt í býnum, so tað er ikki neyðugt hjá okkum at fara við bussi, tá vit skulu út. Shoppingcentrið er beint uttanfyri, og universitetið er uml. 2 min frá okkara húsi.

Skúlagjald

Útbúgvingin hjá mær kostar umleið £1,300 fyri tey fyrstu tvey árini, sum er Foundation Degree. Tað síðsta árið kostar umleið £3,500. Eg hevði trupulleikar við at fáa SU at góðkenna mína útbúgving, áðrenn eg fór av landinum, og tað endaði við at tey ikki vildu góðkenna hana, men eg var so heppin at fáa stuðulstovnin at góðkenna hana. Hettar merkir at, eg ikki fái SU, men ÚSUN. Pengarnir røkka ikki langt. Tað mesta fer til leigu. Skúlagjaldið rindar stuðulstovnurin.

Fyrimunur og vansar

Fyri meg eru tað mest fyrimunir við at vera í Onglandi, eftirsum eg lesi móta, er tað upplagt at vera í nánd av einum mótabýi sum London. Eisini er tað bíligt at ferðast viðari út í heimin hiðani. Herfyri var eg í París við flokkinum. París er eisini roknaður fyri at vera ein mótabýur. Einasti vansin, sum eg kann koma í tankar um, má vera, at tað ikki eru nóg nógvir beinleiðis túrar til Føroyar. Bára Bergsdóttir

29


Universtity of Glasgow

Á

vári 2007 var tíðin komin, at eg skuldi gera av, hvar eg skuldi fara undir víðari lesnað. Tað stóð mær greitt, at eg vildi til eitt enskttalandi land, fyri at læra enskt betur. Eg søkti um upptøku á seks universitetum ymsa staðni í Bretlandi og slapp inn á øll. Eg hevði sera torført við at taka endaliga avgerð um, hvar eg skuldi fara, men eftir at hava hugsað um fyrimunir og vansar við hvørjum einstøkum plássi, gjørdi eg í seinastu løtu av, at leiðin skuldi liggja til Glasgow í Skotlandi! Í september 2007 fór eg - sera spent - til Skotlands at byrja uppá ein nýggjan part í mínum lívi. Tað fyrsta árið búði eg á einum kollegium, sum hoyrdi til universitetið. Eg hevði egið kamar, men køk og baðirúm saman við fýra øðrum, trimum skotum og einum eingilsmanni. Tann fyrsta tíðin var hørð, tí eg hevði undirmett ta skotsku dialektina, og skilti lítið av tí, ið gekk fyri seg. Men so við og við skilti eg meira og meira og lærdi at málbera meg á enskum. Universitetið, eg lesi á, eitur Universtity of Glasgow, og varð stovnað 30

í 1451. Tað er millum tey elstu í tí enskttalandi heiminum. Universitetið tekur á hvørjum ári ímóti 3,000 altjóða lesandi, ið koma frá tilsamans 120 londum. Starvsfólkini á universitetinum leggja sær eina við, at hesi fólkini koma at trívast, tí tey seta stóra æru í at hava gott umdømi úti í heimi.

Í hesum sambandi verður skipað fyri alkyns móttøkum og tiltøkum fyri lesandi, ið koma uttanlands frá, og møguleiki er eisini at luttaka í smáum bólkum, sokallaðum ”mentoring schemes”. Bólkarnir verða leiddir av einum lesandi, sum hevur lisið í 2-3 ár, ella tekur eina PhD, og tískil kennir alt til lestrarumhvørvi. Hetta er serstakliga góð hjálp, tá ræður um praktisk viðurskifti, so sum at stovna bankakontu og at fáa lestrarstuðul upp á pláss. Tað er eisini ein góður máti at hitta onnur lesandi, ið eru í somu støðu, sum ein sjálvur. Universitetið hevur eina sera sterka akademiska traditión, og tað er nakað serstakt at lesa á einum hægri lærustovni, ið hevur hendan samleikan. Umleið 40,000 fólk eru knýtt at universitetinum, og økið hjá universitetinum ella ”Glasgow Univer-

sity campus” er sera stórt, og fevnir um eini 70 stórar bygningar. Fleiri av teimum eru ómetaliga vakrir og søguligir bygningar, og sum heild eru góðar umstøður á universitetinum. Bókasavnið á universitetinum er ein bygningur við 12 hæddum, ið hevur góðar 2,5 milliónir bøkur til taks. Campus er fleiri ferðir atkvøtt til at vera besta campus í Bretlandi. Tvey sera aktiv studentafeløg eru knýtt at universitetinum, og hava tey sera góð høli, har tey hýsa matstovum, handlum, bókasøvnum, tónleikapallum osv. Fleiri kendir bólkar hava spælt til tiltøk, ið studentafeløgini skipa fyri. Millum hesar kunnu nevnast Nirvana, Red Hot Chili Peppers, Snow Patrol, Laura Marling og the Fratellis. Harafturat eru fleiri hundrað áhugabólkar, ið virka undir studentafeløgunum, summir størri og aðrir minni. Teir fevna um alt, ið ein kann hugsa sær, so líkamikið hvørji áhugamál ein hevur, so skuldi verið rúm fyri einum í hesum áhugabólkum.

Universitetið hevur umframt hetta eitt stórt ítróttarhús, har tey lesandi kunnu fáa árskort fyri lítið og onki. Í húsinum eru allar maskinur, ið hoyra til í einum ítróttarhúsi, umframt svimjihilur, damprúm og hitarúm. Ítróttur

>> Næsta blaðsíða

Master of Arts in Politics

verður høgt raðfestur, og eru tað alskyns ítróttargreinar, ið ein kann taka lut í bæði á hægri og lægri støði. Glasgow er ein spennandi býur at búgva í, og tað hendir altíð okkurt. Býurin hevur eitt sera spennandi listarligt umhvørvi, ið ber brá av, at fleiri hægri listaskúlar eru í býnum. Serliga er tónleikalívið í Glasgow blómandi, og møguligt er at fara til konsertir hvørt kvøld, um ein hevur hug. Eisini eru biografar, listasøvn, kaffihús osv. Glasgow er valdur at vera tann næst besti “shopping býurin” í Bretlandi eftir London, og hetta kann eg bert taka undir við. Glasgow er ein lítil metropolur, ið hevur alt tað, ið ein slíkur eigur at hava umframt vinarlig og hjálpsom fólk, so ein nýtist aldrin at keða seg í býnum. Eg havi nú lisið á universitetinum í 3 ár, og mær hevur dámað ótrúliga væl. Tað fyrsta árið las eg tríggjar støðislærugreinir: politik, sosiologi og almanna politik. Næsta árið las eg innovatión og íverksetan í staðin fyri almanna politik.

Tá ein hevur lisið í tvey ár, skal ein avgera, hvussu ein vil halda fram við útbúgvingini. Tveir møguleikar eru: tú kanst taka eina ‘general degree’, ið er 3 ára long, ella eina ‘honours degree’, ið er 4 ára long. Líkamikið, um ein velur eina general ella honours degree, so er møguligt at spesialisera seg í einari ella tveimum

lærugreinum. Fjølbroyttir møguleikar eru, hvussu tú kanst seta lærugreinir saman, og er tað ein avgjørdur fyrimunur við at lesa í Skotlandi. Tey, ið ikki eru heilt greið yvir, um tey lesa røttu lærugreinina, fáa møguleika at kanna lærugreinirnar eitt sindur fyri at finna útav, hvat tey vilja specialiserað seg innan. Sum áður nevnt, eri eg liðug við mítt triðja ár, og eftir summarfrítíðina fari eg undir mítt seinasta ár. Øll trý árini hava verið góð, men triðja árið var serliga gott, tá hugsað verður um akademiskt innihald. Seinasta skúlaár fekk eg møguleika at velja tey modulini, ið eg hevði áhuga í, og tað dámar mær sera væl. Haraftrat eru flokkarnir ikki líka stórir, sum fyrsta og annað árið, tá millum 300 og 400 næmingar ganga til fyrilestrar saman, og ein mangan kennir seg ósjónligan. Triðja og fjórða árið kemur ein at kenna professararnar og fyrilestrarhaldararnar betri, og tað er sera spennandi, helst tí at hesi fólkini skriva og útgeva javnan í akademiskum tíðarritum, og eru virðismettir serfrøðingar á teirra økjum. Útbúgvingin, ið eg lesi er SU- góðkend, og tí havi eg fingið stuðul frá SU alla tíðina, og í løtuni er hetta útgjaldið 5,384 krónur um mánaðin. Føroyar hevur eina serliga avtalu við Skotland, og tí gjalda føroyingar onki fyri skúlagongdina. Í staðin rindar

Student Award Agency for Scotland hetta gjaldið. Samanumtikið hava hesi trý árini í Skotlandi verið ótrúliga spennandi. Tað vil ikki siga, at tað allatíðina hevur verið so nemt, tí til tíðir hevur alt verið eitt baks. Eg eri farin ígjøgnum eina støðuga persónliga og bókliga menning, ið hevur verið mær til gagns. Eg havi knýtt vinarbond við ungfólk úr øllum heiminum, samtíðis sum eg havi lært nógv um skotsku mentanina og eisini mentanirnar í teimum londunum, ið míni vinfólk umboða. Mín sjónarringur er snøgt sagt blivin víðari, enn hann var, áðrenn eg fór undir lesnaðin, og eg eri nógv upplivilsir ríkari. At flyta av landinum fyri at nema sær eina útbúgvina er nakað, ið eg vil mæla øðrum til at gera. Serliga teimum, ið eru forvitin eftir at læra eitt sindur meir um umheimin, men eisini teimum, ið vilja læra meir um seg sjálvi. Tú lærir ómetaliga nógv um teg sjálvan, tá tú verður tveittur út í støður, ið eru ókendar, og tú ikki ert á kendum, tryggum heimabeiti. Heidi Isaksen

31


Elgin (Skotlandi)

Ú

tbúgvingin sum eg eri í byrja uppá eitur BA Social Sciences. Sum social science lesandi fær man frálæru í fleiri av teimum samfelagsligu vísundunum: Samfelagsfrøði, psykologi, søga, politikkur og kriminologi eru fakini sum undirvíst hevur verið í í hesum fyrsta árinum. Av tí at tað er ein vísundalig lærugrein, verður stórur dentur eisini lagdur á granskingarhættirnir sum verða brúktir.

32

Eg lesi eg á einum pinkulítlum lestrarstað í Skotska hálandinum, so tað er sum so ikki so stórur munur tá man kemur úr Føroyum. Bygdirnar her í økinum eru smáar, og lestrarbýurin, Elgin, er ikki nógv størri enn Havnin: ikki nóg stórur at villast í, men nóg stórur til at hava eitt Starbucks! Elgin liggur harafturat mitt ímillum Aberdeen og Inverness, umleið 1 tími at koyra hvønn vegin, so um man gjarna vil sleppa til ein eitt sindur størri bý, so er tað ikki so langt. Eitt sum man ordiliga má venja seg við tá man í landnyrings-Skotlandi er, at málið er heilt annaleiðis. Her tosa tey eina dialekt av enskum kallað Doric, sum av fleiri verður mett at verða eit mál fyri seg. Men alt kemur við tíðini: í fyrstuni skilti eg einki av tí sum var sagt, men nú fangi eg viðhvørt meg sjálva í at tosa Doric. Økið er søguríkt, og heimskent fyri whiskyproductión, og tað er næstan so at man ikki fær vent sær fyri distillaríum, og ikki kann sigast an-

nað enn at distillarímentanin er sera hugnalig. Fólkið í Elgin er sera blítt, og ígjøgnum pub-mentanina gongur ikki leingi til man kennur eina rúgvu av fólki. Ìmynda tær Sam’s bar, har øll kendu øll. Soleiðis er tað at fara á pub í Elgin, og tað er uppá tann góða mátan! Moray College er partur av UHI – Millennium Institute, sum er ein samling av fleiri av teimum smærru lestrarstøðunum í Norður Skotlandi, sum saman arbeiða fram ímóti at fáa universitets status. Sjálvt um tað ikki hevur universitets heiti, ber til at taka góðkendar bachelor útbúgvingar á UHI. Útboði er kanska ikki so stórt sum aðrastaðni, men um tú ætlar tær at lesa nakað sum kann lesast her, kann tað heilt avgjørt viðmælast. Av tí at eg fekk barn á rættiliga ungum aldri, kom eg ongantíð so langt sum at fáa fult miðnámsprógv, men bara nøkur einkultfak á handilskúlanum og sum einligur forsyrgjari virkar

>> Næsta blaðsíða

BA Social Sciences

alt so møtimikið at fara í gongd við, so tá eg gjørdi av at fara undir lesna, valdi eg at flyta til Skotlands, eftirsum mamma mín búði har. Meiningin var at taka Highers, sum er á støði við miðnámsútbúgving, men tá eg tosaði við lestrarstaði, fann eg útav at lívsroyndir fyri einaferð skyld kundu brúkast til nakað. Tað einasta sum skuldi gerast var at skriva eina stutta uppgávu fyri at prógva at man hevði tað sum skuldi til fyri at fylgja við undirvísingini á bachelor støði. Hetta er nakað sum ber til á smáum lestrarstøðum, har lektarin hevur betur tíð til tann einstaka næmingin. Skúlagjaldið verður í Skotlandi goldið av Saas, í øllum førum um man hevur EU pass, og tað vil eg viðmæla øl-

lum sum ætla sær til Skotlands at lesa at fáa sær. Av tí at lestrarstaði er lítið, er fyrsta árið av bachelor skipað undir heitinum HNC, sum vanliga ikki gevur SU. Tað ber tó til at søkja um tað. Restina fær man tó SU fyri, sum vanligt tá lisið verður í útlandinum, men first má góðkenning av útbúgvingarstaði søkjast. Skúlin hjálpir til við at útvega bústað, men tá er tað mest at leiga seg inn í eitt kamar heldur enn íbúð. Tað ber sjálvandi til at leita eftir íbúð uttan um skúlan, men tað kann taka tíð at finna nakað. Krónan røkkur langt í skotlandi, serliga av tí at pundið er met lágt fyri tíðina. Ein munur frá Føroyum og Skotlandi er, at tað altíð er ein bílig útgáva av øllum her, og

tað kemur sera væl við tá man lesur. Um tað tiltalar teg at flyta til eitt lítið stað, sum uppá ein máta minnir um Føroyar, men í aðrar mátar er heilt ørvísið, so er bara at loypa útí tað. Sum er eri eg einsamallur Føroyingur á Moray College, so tað kundi verið hugaligt at fingið onkran afturat! Jana Jacobsen

Ì síðstuni hevur Aberdeen nevndin arbeitt við at fáa eitt Faroese society á University of Aberdeen. Tað skuldi vónandi verið klárt til næsta skúlaár. Vit fáa fleiri fyrimunir við at hava eitt sovorðið society. Vit kunnu td. leiga høli á universitetinum og leiga minibussar frá teimum. Hetta fer vónandi at gera tað nemmari hjá okkum at skipa fyri tiltøkum. Eisini skipa vit hvørt ár fyri jólafrokosti fyri Føroyingarnar ið búgva í Aberdeen. Undirtøkan til tað er altíð sera góð.

Nøkur í nevndini her hava eisini arbeitt við at fáa fólk til at skriva greinar til blaðið Fjølnir. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum um tey hava ymsar spurningar um lesnaða osv. í Aberdeen ella restini av Bretlandi. Okkara teldubústaður er: faberdeen@hotmail.co.uk A ngela Petersen er Fuglfirðingur og 22 ára gomul. Hon lesur sálarfrøði á University of Aberdeen á øðrum árið. Hon hevur verið í MFS í 2 ár, men hetta er fyrsta árið at hon er forkvinna í nevndini í Aberdeen. Iris Thomsen er úr Sandvík og 24 ára gomul. Hon lesur marine biology á University of Aberdeen á øðrum árið. Hetta er næsta árið hon er í MFS. Martin Mohr Olsen er úr Havn og 29 ára gamal. Hann lesur International Relations á University of Aberdeen á øðrum árið. Hann hevur verið í MFS í 2 ár og er næstformaður í MFS. Regin Berg er 21 ára gamal og úr Havn. Hann lesur Politcs og International Relations á University of Aberdeen á fyrsta árið. Hetta er fyrsta árið hann er í MFS. Bárður Atlason Ìsheim er 21 ára gamal og úr Havn. Hann lesur Philosophy og Politics á University of Aberdeen á fyrsta árið. Hetta er fyrsta árið hann er í MFS. Gyða Johansen er 28 ára gomul og úr Havn. Hon lesur sálarfrøði á University of Aberdeen á fjóra 33 árið. Hon hevur verið í MFS øll árini hon hevur lesandi, og hevur eisini verið forkvinna í nevndini her í Aberdeen.


“Her er alt sum ein studerandi hevur brúk fyri”

Allir føroyingar í Stettin - og onnur

“Stórsti fyrimunurin at lesa her er at tað er so bílligt at liva”

Medisin

í Póllandi

H

eitið á útbúgvingini er MD, og tekur 6 ár at lesa. Eisini ber til at lesa til tannlækna her, tað tekur 5 ár. Báðar útbúgvingarnar eru SU-góðkendar, og kunnu nýtast í Europa. Systemið, sum tey brúka her, er at ein hevur fleiri smáar royndir ígjøgnum alt árið. Hetta noyðir ein at lesa til hvørja roynd, tí allar skulu klárast fyri at sleppa upp til ta endaligu royndina, sum er í juni mánað. Tá fleiri royndir renna saman, er tað strævið, men tá tær eru lidnar, kann mann slappa av í nakrar dagar. Vit hava møtiskyldu, men kunnu skulka nakrar fáar tímar hvørt semestur. Nú er tað so, at vit hava nøkur smá fak, sum ikki eru so týdningarmikil, men vit mugu kortini møta upp. Hendan tíðin kundi verið betur nýtt til at lisi tey týdningarmiklu fakini, men sum lækni, er tað gott at hava eina breiða vitan.

Býurin og lestrarlívið

Szczecin liggur vid ánna Oder. Hann er 12 km frá týska markinum og 60 km frá Eystrasalti 34

(Baltic Sea). Vit ganga ikki á einum skúla, men eru á ymiskum deildum ymsa staðni í býnum. Tó fyrigongur tað mesta av útbúgvingini á hospitals økinum, og tað er strævið viðhvørt, tá mann hevur tímar á ymsum støðum sama dag. Her er alt, sum ein studerandi hevur brúk fyri. T.d. er eitt stórt og nýmótans innkeypssentur við biografi, bowlingbana o.s.fr. Næmingar fyrireika til tíðir ymisk tiltøk, sum betrar um sosialu karmarnar, sum t.d. talent og fótbóltskappingar. Sum nú er, eru vit 10 føroyingar í Szczecin, og ein í Lublin. Tað eru fýra á fyrsta og øðrum ári, og tvær ganga ávíkavist á triðja og fjórða ári.

Livikostnaður

Skúlagjaldið her er 9000 EUR um árið. Tey, sum lesa uttan fyri norðurlond, fáa tvey tey fyrstu árini stuðul til livikostnað frá ÚSUN, ið er uml. 3700 kr. um mánaðin. Fýra tey síðstu árini fáa vit stuðul frá SU. Størsti fyrimunurin við at lesa her, er at

tað er so bíligt at liva. Tað ger, at ein trívist betur og hevur lættari við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Serliga matur og drykkivørur eru bílig. Størsti vansin við at lesa í Póllandi er, at fólkið tosar ikki so væl enskt. Tað kann vera trupult til tíðir, tá man keypir ella er á posthúsinum. Eg valdi at fara til Póllands, fyrst og fremst tí eg ikki slapp inn í Danmark. Eg fann tíðliga útav, at eg ikki fór at sleppa inn í Danmark. So ivaðist eg í, um eg skuldi fara til eitt annad land, ella um eg skuldi fara at lesa okkurt annað. Men tá eg var til kyksilvur-kanning í desembur, ráddi Pál Weihe mær at fara til Póllands at lesa, um eg vildi verða lækni. Tá haldi eg, at eg gjørdi upp við meg sjálvan, at eg skuldi fara at lesa til lækna. Eg hevði eisini hoyrt, at tað var onkur føroyingur her. Men at tað vóru so nógvir, visti eg ikki.

Bókasavni hjá skúlanum - PMU

>> Næsta blaðsíða

Stettin - Polland

Almenna bókasavni - Stettin

Hans Arni Ellefsen 35


Liðug útbúgvin, men nakað arbeiðið?

Tá eg byrjaði í læru vóru góðar tíðir, øll starvspláss høvdu nóg mikið at gera

vistu vit, at tað fór at verða ótrúliga ringt at fáa fast starv, aftaná at lærutíðin var liðug, men man kann og skal altíð vóna tað besta.

Ein óviss tíð

E

ftir at eg var liðug við Hægri Handilsskúla í 2003, var eg sum so nógv onnur - eitt sindur í iva um, hvat eg skuldi. So eg valdi at arbeiða í 2 ár í barnagarði, meðan eg hugsaði meg eitt sindur um og hevði tíð at velja tað rætta. Longri tíð gekk, meir og meir vís bleiv eg í, at tað var okkurt innan ta grafisku verðina, eg vildi sleppa at starvast við. Tí valdi eg í 2006 at søkja um lærupláss sum miðlagrafikari hjá Føroyaprent, og hetta angraði eg ikki eina løtu. Eg hevði valt rætt, tað var eg heilt vís í, eg elskaði mín dag, tær avbjóðingar, ið komu, mínar starvsfelagar og staðið, har eg var. Tá eg byrjaði í læru, vóru góðar tíðir, øll starvspláss høvdu nóg mikið at gera, og eingin hugsaði stórvegis um, at tað kundi fara at ganga niður á bakka. Í hvussu er ikki so nógv, sum tað gjørdi eini 2-3 ár seinni. Vit í klassanum vóru skjótt samd um, at tað var ein keðilig tíð, vit blivu útlærd í. Tí, tað sigur seg sjálvt, at reklamuverðin er ógvuliga hart rakt, tá fyritøkur hava minni pengar at brúka, eisini í Føroyum. Tí

36

Tá eg so endiliga var útlærd, og tann stóri dagur upprann, har man hevði eina útbúgving við sær í skjáttuni, var hetta sjálvandi ein stórur dagur, og kenslan av at blíva útlærd er fantastiskt. Men samstundis visti eg, at tað lúrdi ein óviss tíð beint framman fyri mær. Eg var ikki vís í, um eg slapp at halda fram ella ikki á mínum starvsplássi, men visti sjálvandi at møguleikin var fyri, at eg ikki slapp.

sat eg frammanfyri telduna heima og skrivaði umsóknir. Næsta dagin koyrdi eg út við teimum, men ikki heilt óvæntað, var einki starv nakrastaðni!

Eg eri tó so heppin, at eg havi, eftir míni egnu meining, verðins bestu vinfólk, og gjøgnum tey fekk eg fekk skjótt avloysarastarv í eini vøggustovu, og eg fekk eisini starv sum avloysari í tí barnagarðinum, sum eg starvaðist í aftaná HH. Eg var sjálvandi ógvuliga glað fyri at hava okkurt, ið gav eitt sindur av pengum í lumman, og so at tað var eitt starv, sum eg elskaði, gjørdi tað ikki verri. Hetta gav mær so eisini tíð at hugsa meg um, hvat eg nú skuldi gera.

Hetta gav mær so eisini tíð at hugsa meg um, hvat eg nú skuldi gera

Fyri fyrst slapp eg at halda fram, men sum sagt, so visti eg, at tað var ógvuliga óvist, hvussu leingi tað var. Tað gingu ikki meir enn 3 vikur, so stóð eg, saman við mongum øðrum nýútlærdum, uttan starv. Ikki ein serliga stuttlig tíð at standa uttan starv, men tað var ikki nógv, eg kundi gera við tað. Eg kundi velja at fara heim, gráta og halda, at lívið var virkuliga órættvíst, ella eg kundi skriva umsóknir og royna mítt besta. Eg tók sjálvandi av nr. 2. So umleið 1 tíma eftir at eg hevði mist starvið,

Aftur at lesa?

Ein dagin í november fór eg so saman við einum gomlum starvsfelaga til eitt tiltak á Hotel Føroyum, ið æt ”Internetið sum lýsingarmiðil”. Hetta læt míni eygu upp fyri at vilja sleppa at arbeiða innan fyri internet. Eg hevði lært eitt sindur um tað, tá eg var í skúla niðri í samband við læruna til miðlagrafikara, men ikki nóg nógv til, at eg føldi meg føra fyri at starvast innan ta verðina. So eg avgjørdi at kanna nærri, hvat eg

>> Næsta blaðsíða

“Tað eru jú ikki nógvir pengar í at læra og lesa, men lærdómur er ikki tungur at bera.”

kundi læra víðari til innan internetið og við at sniðgeva heimasíður. Eg mátti eisini hugsa, um eg var sinnað at lesa í nøkur ár afturat, beint eftir at hava lært í 4 ár. Tað eru jú ikki nógvir pengar í at læra og lesa, men lærdómur er ikki tungur at bera. So tað vóru heilt vist fyrimunir og vansar, ið eg setti upp mót hvørjum øðrum. Eg avgjørdi so at hyggja, hvat eg hevði at velja í, um eg vildi lesa víðari. Á netinum fann eg nógv spennandi, ið eg kundi hugsað mær. Millum annað fann eg ein skúla í Keypmannahavn, ið eitur IT Universitetið. Tey hava eina linju, ið eitur ”Digitale Medier og Design”. Júst tað, ið eg leitaði eftir. Tá eg hevði lisið, hvat hetta gekk út uppá, og skrivað aftur og fram við tey, gjørdi eg av, at hetta

vildi eg fegin royna. Tað kann aldrin skaða at hava eina útbúgving innan prent og eina innan internerið.

ITU tekur tó ikki næmingar inn fyrr enn um summarið, og hetta var fyrst í desembur. Men tað kundi ikki passa betur, tí fyri at sleppa inn skuldi eg hava nakrar ávísar lærugreinar og eitt ávíst miðaltal í hesum lærugreinum. So aftur á netið, hesaferð at leita eftir skúlum, ið bjóða tær lærugreinarnar, ið eg skal brúka. Tá skúlin var funnin, søkti eg inn til tær lærugreinarnar, eg skuldi brúka, 4 dagar seinni fekk eg bræv um, at eg var sloppin inn. So var einki annað at gera enn at keypa ein ferðaseðil til Danmarkar. Eg pakkaði so tað, eg kundi, og flutti til Danmarkar 1. januar við 200 krónum í lummanum og ongum

føstum bústaði. Við góðari hjálp frá vinfólkum komu bústaðarviðurskiftini skjótt uppá pláss, og so var bara at byrja í skúlanum. Eg havi nú verið niðri í 4 mánaðir, og hvør veit, kanska eg havi eina kandidatútbúgving innan Digitale medier og design, tá eg komi heim aftur. Eg havi í hvussu er lært, at tað nyttar ikki at seta seg at gráta og halda, at heimurin er órættvísur. Brót uppum armar og styrk teg sjálva/n. Vónandi verður tað ein fyrimunur fyri meg at hava eina útbúgving innan design á internetinum eisini, og kanska ger hetta tað lættari at fáa starv, næstu ferð, eg eri útlærd! Tað má tíðin vísa... Hildur Høghamar. 26 ár

37


Námsfrøði >> eitt av heimsins týdningarmestu størvum

V

it hava báðar vita leingi, at vit vilja tey flestu vinfólkini lesa uttanlands. Tó arbeiða við børnum/ungum, tískil eru vit báðar av somu hugsan, at eftirfall valið á námsfrøði. Vit báðar byr- sum tað er møguligt at lesa námsfrøði jaðu uppá eina aðra útbúgving áðrenn her, ja hví so ikki lesa á Føroya landi? hesa, men góvust eftir stutta tíð. Birita Treytin fyri upptøku er, at mann hevur byrjaði at lesa til sjúkrarøktarfrøðing í miðnámsútbúgving. Tó kunnu dømi vera Føroyum februar um, at fólk við 2009, men fann Vit eru báðar ser a glaðar drúgvum arbeiðsskjótt útav, at hetroyndum innan tað fyri at lesa í Føroyum, ta var ikki akkurát har vit kunnu brúk a ok- námsfrøðiliga økið, hon. Simona byrjaði sleppa inn á skúlan k ar a egna mál og eru í at lesa námsfrøði uttan miðnámsútí Keypmannahavn einum tryggum umhvørvi búgving. Tvey tey í januar 2008. Hon seinastu árini er 40 valdi at gevast, tí hon treivst ikki í bý- námsfrøðilesandi sloppin inn á skúlan, num. Vit eru báðar sera glaðar fyri at har tað fyrr vóru 24. Stuðulin í Føroyum lesa í Føroyum, har vit kunnu brúka ok- er minni enn SU í útlondum. Vit fáa kara egna mál og eru í einum tryggum 3737 kr um mánaðin, og mann fær onumhvørvi. Fyri okkum hevur tað nógv at gan stuðul í juli mánaði. Hetta er torført siga, at vit hava eitt netverk rundanum hjá teimum flestu at liva avi. Tískil hava okkum. Eitt, ið er sera óheppið, er at tey flestu eisini arbeiði, fyri at fáa alt

>> Næsta blaðsíða

Námsfrøði á Føroya Lær ar askúla

Námsfrøði á Føroya Lær ar askúla 38

so nýggj, vita vit ikki rættiliga enn, Tað fyrsta hálva árið eru øll náms- hvussu tey næstu árini verða skipfrøði- og læraralesandi saman. Vit aði. Tað 3. og 4. árið skulu vit velja hava havt 6 skeið (modul) saman: okkum inn á eina linju. Tað 3. árið Vísindaástøði, Barna- og ungdóms- skulu vit skriva bachelor uppgávuna mentan, Skapandi læra, Lívsáskoðan og kunnu harvið fara beinleiðis til og siðalæra, Samskifti og Málmen- víðari lesnað. Tó mugu vit taka tað 4. árið, um vit hava ætning. Tey flestu av Útbúgvingin gevur lanir um at arbeiða hesum skeiðum enda við eini próvtøku, okkum ser a nógvir sum námsfrøðingar (Diplom-ár). Sí heisum hevur verið ein møguleik ar masíðuna www.flsk. uppgáva. Henda upfo pgávan verður antin at mala runt.

skrivað einsæris ella í bólki. Fyri hesar uppgávur fáa vit staðið/ikki staðið ella eitt próvtal, og um uppgávan ikki er staðin, skal hon skrivast umaftur. Í februar fóru vit og læraralesandi hvør til sítt. Eftir hetta høvdu vit sálarfrøði, námsfrøði og almennan didaktikk og fóru síðani í starvslæru í 6 vikur. Hesi skeið og starvslæran enda við eini uppgávu, sum so skal verjast. Higartil hava vit verið í skúla 3 dagar um vikuna og havt 2 lesidagar. Av tí at bachelor-útbúgvingin er

Vit ganga í skúla á Føroya Læraraskúla (Venjingarskúlanum). Hølisviðurskiftini eru sum so onki at reypa av. Har eru ikki serliga nógv høli, og aulan verður eisini brúkt til undirvísing. Vit føla okkum eitt sindur sum flytifuglar á skúlanum; hvør flokkur hevur ikki eina fasta stovu, og tískil vita vit ikki altíð, hvar vit skulu møta. Vit brúka eisini av og á stovur á Venjingarskúlanum. Sjálvt um karmanir kundu verið betri, so trívast vit sera væl. Vit eru umleið 35 í flokkinum,

og harav eru bert 4 mannfólk. Aldurin er frá umleið 20 – 45. Vit sjálvi gera nógv fyri at vit trívast væl, t.d. veitslur og hugnakvøld. Hetta hevur eisini havt við sær, at nýggj vinarbond knýtast. Útbúgvingin gevur okkum sera nógvir møguleikar. Her er talan um víðari lesna, og eisini ber til at arbeiða á ymiskum økjum innan námsfrøði. Sum nú er hevur ongin av okkum ætlanir um at lesa víðari. Ætlanin er at fáa okkum starv eftir at hava lisið í 4 ár. Vit báðar hella til arbeiði við børnum og ungum. Birita Leivsdóttir Hansen, 25 ár

Simona Rein, 24 ár

– livandi, kveikjandi, skapandi

tórshavnar kommuna www.torshavn.fo 39


Útbúgvingar á Føroya Læraraskúla Fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur? Útbúgvingarskipan: 3 ár til BEd (bachelor of education) + 1 ár diplomútbúgving. Fyri at fáa heitið lærari ella námsfrøðingur skalt tú lesa fjórða árið, diplomárið. Tal á lesandi, ið verða tikin inn er ímillum 30 og 40 á hvørja útbúgving.

Krøv fyri at koma inn á útbúgvingina er lokið miðnámsprógv ella samsvarandi útbúgving. Í hvørjari einstakari umsókn verður eisini mett um aðrar kvalifikatiónir. Lærustovnurin liggur á 20, Tórshavn.

Frælsið

Arbeitt verður við at samskipa møguleikar fyri masterlestri bæði í Føroyum og uttanlands. Sí annars www.flsk.fo

S

etrið ger seg í hesum døgum til reiðar til eitt søguligt heyst. Síðani Fróðskaparsetur Føroya bleiv sett á stovn í 1965, hevur tað ongantíð tikið eins nógvar studentar inn, sum Setrið væntandi fer at gera á heysti 2010. Við yvir 500 lesandi fer Setrið komandi lestrarár at seta met í tali á lesandi. Av hesum verða tað meir enn 200 lesandi á fyrsta ári, sum í heyst fara at ganga mil-

lum bygningarnar hjá Setrinum, fylla havnargøtur, fáa nýggjar vinir, nema sær vitan og ríka føroyska samfelagið.

Kanningar hava víst, at talið á ungum, ið fara undir útbúgving, veksur í ringum tíðum, og tí er alneyðugt, at Føroyar í hesum døgum hava ein hægri lærustovn sum Setrið at nøkta henda tørv. Ungdómsfráflyting er ein tann størsti trupulleikin hjá føroyska

samfelagnum, og eitt sterkt Fróðskaparsetur er eitt tað besta vápnið, vit hava móti hesi hóttan.

At Fróðskaparsetur Føroya eisini er ein hægri lærustovnur, ið stendur mát við hægri lærustovnar uttanlands, er uppaftur gleðiligari. Setrið hevur samstarvsavtalur við lærustovnar úti í heimi, soleiðis at Setrið gevur møguleikar úti sum heima.

MA í føroyskum tekur 2 ár eftir lokið BA-prógv. Hjánám í føroyskum er antin støðisnám (2 ár) ella partur av støðisnámi og partur av námi á hægri stigi. Hjánám er partur av samansettum 40

MA-prógvi (miðnámslærarasprógvi). Høvuðsgrein í føroyskum er BA-prógv (3 ár) + høvuðsritgerð, sum er 1⁄2 ársverk. Høvuðsgrein er partur av samansettum MA-prógvi (miðnámslæraraprógvi). Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 20-25 og krøv fyri at koma inn á útbúgvingina er lokið Miðnámsprógv.

- BSc í jarð- og havfrøði - BSc í KT-verkfrøði - BSc í lívfrøði Útbúgvingin tekur 3 ár, býtt sundur í 6 lestrarhálvur. Krøv fyri at koma inn á útbúgvingarnar er lokin miðnámsútbúgving. Ávísar treytir eru um lærugreinir:

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini - Søga (ymisk fak, men dentur á søgu) - Stjórnmálafrøði (ymisk fak, men dentur á stjórnmálafrøði) Útbúgvingin tekur 3 ár. Tvey tey fyrstu við ymsum grundfakum, møguleiki at leggja dent á ávís fak á 3. ári. Tal á lesandi, ið verða tikin inn er hvørt skeiðið

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini BA í føroyskum tekur 3 ár, uppbygd av 2 ára støðisnámi + 1 BA-ári.

>> Næsta blaðsíða

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

30 á

Lærustovnurin er á V.U. Hammershaimbs gøtu 16, Tórshavn

Krøv fyri at koma inn á útbúgvingina er lokið miðnámsútbúgving ella samsvarandi fortreytir.

Eftir lokið BA-prógv ber til at taka MA (2 ára nám) á Fróðskaparsetrinum.

Lærustovnurin liggur á Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn

Sí annars malsdeild

Ætlandi fáa tey, ið nú verða tikin upp, høvi at lesa master í søgu, stjórnmálafrøði, ella løgfrøði

www.setur.fo/fo/foeroya-

Sí annars www.setur.fo

Jarð- og havfrøði: Vanliga upptøkutreytin er støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi. Aðrir møguleikar eru eisini (sí meir um upptøkutreytir á www. setur.fo).

KT-verkfrøði: støddfrøði á B-stigi. Lívfrøði: stødd- og alisfrøði á Bstigi. Evnafrøði:antin 1) B-stig; ella 2) C-stig + A-stig í lívfrøði. Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 15-20 á hvørjari útbúgving. Lærustovnurin liggur á Nóatún 3, Tórshavn Master kann takast víða um heimin. Dømi: Skotland, Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki. Sí annars www.nvd.fo

Útbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya BSc í sjúkrarøktarfrøði. Útbúgvingin tekur

4 ár.

Upptøkutreytirnar eru miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgving. Tað merkir, at umsøkjarin skal hava students-, HF- ella líknandi prógv, prógv úr øðrum londum, ið skúlin metir at vera sambærilig við omanfyri nevndu prógv, ella aðrar royndir og/ella útbúgvingar, sum kunnu sammetast við áðurnevndu krøv.

Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 22 á hvørjum ári Lærustovnurin liggur á Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn Master kann takast víða um heimin. Dømi: Skotland, Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki Sí annars www.srfs.fo

41


Eg valdi at lesa søgu,

Størsta broytingin var tó, tá fyrilestranir vóru á skránni nakrar ferðir um vikuna. Nýtt autiratorium, stórt og tøkniliga væl útgjørt og rúm fyri fleiri Eftir eina heila viku við intro, har hundrað lesandi. Til hvønn fyrilesnógv var gjørt burturúr undirhaldi tur møttu yvir hundrað lesandi upp og samansjóðing, sat eg til fyrsta og onkuntíð 200. Tá føldi ein seg bara sum ein dropið í vatninum, og undirvísingartíma ikki var lætt at í “socialpsykoloÍ løtuni siti eg við MAseta spurningar. gi” saman við Samstundis var uppgávuni, og eri komin 23 øðrum. Tey tað ein góð avbflestu sera mál- so mikið áleiðis, at eg skal jóðing, tí ein var rættaði, og nógv lata inn í summar. gjørdur varugur funnu rættuliga við, at útbúgvinskjótt saman í lesibólkar, ið síðan hildu árið út. gin er eins egna ábyrgd, tað er ikki Nógv var gjørt fyri tað sociala: Eft- nakað ein kemur sovandi til, og tað er-undervisnings-bejer, torsdagsbar, er ikki nakað, ið bara verður latið tær fredagsbar,”det er super vejr, vi tar’ upp í hendurnar. Ein má sjálvur gera i parken”, veitslur, “køb bøger sam- ein innsats. kann møguliga vera broytt nú). Eisini skal ein hava í huga, hvar skattskyldan so liggur, tí ein skal gjalda skatt av SU, men ikki ÚS.

tí tað altíð hevur havt mín áhuga, og tí søga er ein lærugrein, ið undirvíst verður í á miðnámsskúlastøði.

E

nduliga byrjaði eitt hold aftur í Hetta hevði veruliga verið eitt hensøgu, og eg var ein av teimum, dingaríkt ár, har vit høvdu ogna okið slapp inn. Eg møtti spent upp til kum rættuliga nógva vitan innan fleiri fyrsta dag, ið skuldi vera ein introda- øki. Annað ári fóru vit í ávíkavist gur. Eg hevði tí ikki tikið nakað við eitt søguhold og eitt samfelagshold, mær, tí eg hugsaði, at tað mundi ikki umleið 10 á hvørjum holdið. Ein fara at vera neyðugt. 44 lesandi vóru av greiðu fyrimununum við at lesa møtt upp hendan dagin, og tað var í Føroyum kom veruliga til sjóndar ikki sørt, at eg kendi meg eitt sindur hetta ári. Av tí, at holdini eru so smá, “malplacera” ímillum øll hesi fólkini, kemur tann lesandi veruliga í kontakt við læraran og tí tey lótu til, at fær møguleika at taka hetta sera Av tí, at holdini eru so føra kjak og spyrseriøst: Pappír og smá, kemur tann lesandi ja rættuliga nógv. pennur á nærum veruliga í kontakt við eitt Hetta er heilt vist hvørjum borðið, við til at økja fakliog hvørja ferð nú professaran, og fær okkurt bleiv sagt, møguleika at føra kjak og ga kunnleikan hjá tí lesandi. Socialt var dúgliga skriva spyrja rættuliga nógv. gjørdist tað eisini niður. Uff, hugein fyrimunur, tí saði eg, nú missi eg helst tíðandi information, tí eg lætt var at savna øll til eitt hvørt: ikki havi tikið nakað við. Undirvísin- á café til ein bita, ella til lesibólk gargongd, lærugreinar, bókmentir og var eitt nú ein roynd ella uppgáva á professorar vóru umtalaði, so at vit skránni. Í tímunum bleiv lagt til mervistu, hvat vit fóru í holt við. Nógvir kis, um ein ikki var møttur upp, og tí spurningar blivu settir um pensum, kendi ein seg veruliga sum ein partur møtiskyldu, samanseting av lærugrei- av einum holdið. num osf., og mín kensla av, at vera á skeivum stað bara vaks: Var hetta Eftir trý ár vóru vit 5 á søguholdinum, veruliga nakað eg var egna til?? ið fingu BA-prógv, ímeðan 4 fingu 7 lærugreinar, 4 stoproyndir, 2 skrivligar uppgávur og minus 24 lesandi seinni, var fyrsta ári á Setrinum av. 42

BA-prógv í samfelagsfrøði hetta ári. Eg valdi at lesa søgu, tí tað altíð hevur havt mín áhuga, og tí søga er ein lærugrein, ið undirvíst verður í

á miðnámsskúlastøði. At tað so var gjørligt at lesa søgu her heima á klettunum, gjørdi tað ikki verri, tí eg havi veruliga notið gott av, at lesa í heimligum umhvørvið. Men eina nýggja avbjóðing vildi eg eisini hava og valdið tí at takað yvirbygning í Keypmannahavn. Eg slapp inn á sálarfrøði sum síðufak. Sálarfrøði er góðkent sum síðufak til søgu av tí humana aspektinum. Tey, ið vara av høvuðsfakinum, skulu góðkenna eitt møguligt síðufak og um lestrartíðin er nøktandi. Á KU hava tey gjørt eina pakkaloysn til tey, ið ynskja at taka sálarfrøði sum síðufak við tí fyri eyga, at hava undirvísingarførleika í fakinum á miðnámsskúlanstøði. So tað var lutfallsliga lætt, at fáa góðkenningina frá Setrinum. Mín samanseting bleiv so fyrst eitt ár, ið eisini kann takast sum partur av BA-útbúgvingini og síðan eitt lestrarhálvár aftrat, ið var á KA-støði.

Ein skal hava í huga, at av tí, at høvuðsfaki í hesum førum er knýtt til Fróðskaparsetur Føroya, so hevur ein ikki rætt til SU í Danmark. Stuðulin fylgir høvuðfakinum, og eg fekk tí ÚS úr Føroyum. Hetta er ikki so nógv, sum SU í Danmark, og tað eru eisini einstøkk rættindi, ið fylgja við SU, sum ikki fylgja við ÚS. Eitt nú kundi eg ikki fáa DSB-wild card! (hetta

>> Næsta blaðsíða

Søga á Setrinum og yvirbygging í KBH

men” osf. Einum nýtist ikki at keða seg, ella vera einsamallur.

lata inn í summar. Uppgávan verður skriva í søgu, og eg kann bert í lítlan mun taka síðufaki við. Hetta verður avgjørt í samráð við vegleiðara, soleiðis at ivi ikki skal stinga seg upp um uppgávan líkur ásettu krøv. Vegleiðarin hevur stóran týdning til eina tílíka uppgávu. Ein góður vegleiðari dugir at fáa tað besta fram í einum, samstundis sum hann vissar ein um, at ein heldur seg innan fyri givnu karmar. Tað er til tíðir eitt einsligt arbeiði at sita við, har ein er komin so nógv inn í eitt evni, at onnur hava torført við at fylgja tær. Men tað er spennandi, ikki minst tí, at útbúgvingin skjótt er lokin Súsanna Eikhólm

Í løtuni siti eg við MA-uppgávuni, og eri komin so mikið áleiðis, at eg skal

Yrkistænastan er eitt nýtt átak, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu nýta hesa tænastu, við at senda Stuðulsstovninum starvslýsingar, sum Stuðulsstovnurin síðani sendir víðari til tey lesandi við telduposti. Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgvingarørindum. Tílíkar skipanir eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum.

Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Føroyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki. Tá tú ert lesandi í Føroyum, og søkir um studning frá Stuðulsstovninum, ber til á umsóknarblaðum at melda seg til Yrkistænastuna. Er tú lesandi uttanfyri Føroyar ber til at melda seg til Yrkistænastuna, tá tú søkir um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Um tú ikki ert lesandi, men áður hevur fingið stuðul frá Stuðulsstovninum, kanst tú melda teg til Yrkistænastuna við at senda Stuðulsstovninum ein teldupost.

43


Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Stuðulsstovnurin letur, verður latin til lesandi í Føroyum.

hesum hevur tú møguleika at lána kr. 2.369 um mánaðin.

Ert tú undir 18 ár fært tú bókastudning – kr. 3.567 um árið. Uppfyllir tú treytirnar fyri at fáa vistarhaldsstudning, kanst tú eisini fáa kr. 2.492 um mánaðin.

Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðulsár) fyri hvønn barnsburð.

Ert tú 18 ár ella eldri fært tú studning til livikostnað – kr. 2.200 um mánaðin, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.369 um mánaðin. Um tú tekur eina hægri útbúgving ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, ert forsyrgjari ella kanst skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, fært tú kr. 3.737 um mánaðin til livikostnað. Eigur tú børn, fært tú barnastudning – kr. 750 um mánaðin fyri hvørt barnið undir 18 ár afturat teimum kr. 3.737. Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár fæst harafturat kr. 1.500 um mánaðin. Afturat

Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Stuðulsstovninum og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla fyri sama kostnað. Ferðastudningur til verkætlan er studningur til lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerðast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

Stuðul til lesandi uttanlands Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum.

2) Ferðastudningur uttanlands, sum er ein studnin-

Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Stuðulsstovninum.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Stuðulsstovninum.

3) Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

Víst verður til SU.

www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá

Tað er tó so, at Stuðulsstovnurin hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands. Tær eru:

1) ÚSUN-skipanin er ein skipan fyri tey, ið lesa

gur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara.

>> Næsta blaðsíða

>> Stuðul frá Stuðulsstovninum

Stuðul til lesandi í Føroyum

4) Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda

skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum.

5) Stuðul í serligum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í serligum førum til livikostnað og í heilt serligum førum til skúlagjald í Norðurlondum.

hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU.

Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á

www.studul.fo

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum. 44

45


Altjóða Skrivstovan

U

skipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar.

Í Føroyum vaks eisini hesin áhugin – bæði politiskt og frá teimum lesandi – um at taka heilar útbúgvingar uttan fyri Danmark og hini Norðurlondini.

Síðan 2000 hevur ein stórur vøkstur verið í talinum av lesandi uttanfyri Danmark og hini norðurlondini – frá umleið 30 til ca. 175 í 2009. Tey enskt-talandi londini: Stórabretland, USA og Australia eru tey trý londini, har flest føroyingar eru farnir at nema sær útbúgving. Onnur lond í evropa, sum bjóða undirvísing á enskum eru eisini nógv eftirspurdar, nevnast má Pólland, har 11 føroyingar lesa medisin.

pp ígjøgnum 90’ini vaks áhugin fyri at fara at lesa hægri lestur úti í heimi, og altjóðagerðin innan útbúgvingarheimin øktist við útveksling av lesandi og lærarum gjøgnum bæði Nordplus og ES-programmir (frá DK og til onnur ES lond).

ÚSUN

ÚSUN, ið er ein stuðulsskipan til lesandi fyri skúlagjald á hægri læristovnum uttanfyri Norðurlond, byrjaði í 90’unum við 60.000kr um árið. Í 2004 var henda upphæddin 120.000 kr.

Menntamálaráði, saman við MFS, Setrinum og LV-felagið, stovnaði í desembur 2000 eina sjálvstøðuga lestrarvegleigara skrivstovu, ið kom at liggja saman við Setursskrivstovuni á J.C. Svabos gøtu 14.

Altjóða Skrivstovan Árið 2000 stóð í fíggjarlógini:

Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skrivstovuni at vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambindingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan í sambandi -ráðgeving, avtalum og

46

hevur ítøkiligar uppgávur við lestrarvegleiðing og umseting av millumlanda skipanum, umframt sam-

iBT-TOEFL-TEST

Ein av fyrstu uppgávunum sum ASK fekk sett í verk, var at gera tað gjørligt at taka iBT-TOEFL-TEST í Føroyum. Á hvørjum ári eru tað umleið 40 lesandi, sum taka hesa royndina í Føroyum.

Markleys Útbúgving er eitt lestrarvegleiðingarátak sum vegleiðir ungum um útbúgvingar í Føroyum, norðurlondunum og runt um í heiminum. Norðurlandahúsið var karmur um tað fyrsta MÚ tiltakið í 2003 og hevur eisini seinasti tvey árini verið karmur um hetta vaksandi tiltak. Hetta vegleiðingar-tiltak er serliga ætla næmingum á síðsta árið í miðnámsskúla og onnur, ið hava hug at fara undir hægri lestur. Hesi tiltøk, sum ASK skipar fyrir, og fíggarligi stuðulin hava haft ávirkan á at talið av føroyingum, sum fara undir hægri lestur hevur voksið nógv síðstu árini.

Síðan 2004 hevur ASK skrivstovan eisini staði fyri at samskipa Nordplus skipanina í Føroyum og somuleiðis staði fyri Nordlys-netverkinum. Fyri tveimum árum síðani varð Elisabeth Holm tilknýtt ASK skrivstovuni, har hon skal røkja samstarvið innan LLP-skránna (Lifelong Learning Programme) hjá ES.

Framtíðin

Ein av avbjóðingunum í framtíðini er at fáa fleiri til at lesa í ikki-enskttalandi londum, og at fáa tey, sum eru liðug at lesa at koma heim til Føroyar og lata teirra nýggju vitan og royndir hava ávirkan á føroyska samfelagið. 1 januar 2010 varð ASK skrivstovan løgd undir Fróskaparsetrið. ASK skal samskipa útveksling av lesandi í og úr Føroyum, vísa á møguleikarnar fyri at taka minni ella størri partar av lestrinum á Fróskaparsetrinum, og í heila tiki at økja um altjóðagerðina av tí nýggja Setrinum við yvir 500 lesandi. Eisini tekur ASK sær av vegleiða í øllum tí vanliga sum er knýtt lesnaði og vegleiðing viðvíkjandi at taka heila ella parta av útbúgving í øðrum landi.

>> Næsta blaðsíða

fyri

ASK

Lesandi missa 40.000 krónur

Stuðul til stakar uppihaldarar

ÚSUN-stuðulin lækkar við 20.000 frá 1. august í ár og aftur við 20.000 krónum frá 1. august 2011, soleiðis at stuðulin yvir tvey ár minkar úr 120.000 krónum til 80.000 krónur

Sum nakað nýtt fáa stakir uppihaldarar 1500 krónur um mánaðin. Harumframt er barnastuðulin eisini hækkaður.

ÚSUN-stuðulin er stuðul til skúlagjald til lesandi á hægri lærustovni uttanfyri Norðurlond. Áður hevur Stuðulsstovnurin latið upp til 120.000 krónur í stuðli, men frá 1. august í ár eitur henda upphædd í mesta lagi 100.000 krónur. Og frá 1. august næsta ár eru 20.000 krónur aftrat skornar av, soleiðis at upphæddin í mesta lagið verður 80.000 krónur. Sambært leiðaranum á Stuðulsstovninum er tað ein lítil bólkur, sum verður raktur av hesi broyting. Tey, sum taka kostnaðarmiklar útbúgvingar so sum flogskipari, fara at merkja sviðan av hesi broyting. Eisini tey, ið lesa á kostnaðarmiklum skúlum í USA fara at merkja skerjingina. Broytingin rakar bæði tey, sum ætla sær at taka eina kostnaðarmikla útbúgving, og eisini tey, sum longu eru í gongd við eina slíka útbúgving. Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum, sigur í hesum sambandi, at hóast skerjingarnar raka nøkur fá lesandi hart, so er kortini framvegis talan um nógvan stuðul, um samanborið verður við stuðul, onnur lond lata sínum lesandi.

Samstundis sum ávís lesandi verða hart rakt av skerjingum, merkja aðrir bólkar ágóðan av smærri hækkingum. Frá 1. januar í ár kunnu stakir uppihaldarar fáa 1500 krónur um mánaðin. Henda stuðul kunnu tey fáa, sum frammanundan fáa barnaískoytið frá Almannastovuni. Sambært Almannastovuni eru tey 60 í tali. Eisini barnastuðulin er hækkaður. Hesin hevur áður verið 622 krónur um mánaðin til umsøkjara fyri hvørt barni, umsøkjarin hevur forsyrgjaraskyldu av í lestrartíðini. Hetta er nú broytt, soleiðis at stuðulin nú er 750 krónur um mánaðin – altso ein hækking upp á 128 krónur um mánaðin. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo

47


Samanborið við hini Norðurlondini, er talið av føroyskum lesandi uttanlands lutfalsliga nógv hægri. Men talið av teimum, sum ikki koma heim aftur eftir loknan lestur er eisini nógv hægri

Hvar lesa føroyingar?

Alt fleiri føroyingar fara undir hægri lestur. Danmark er enn toppskorarin, sum dregur flestar vitanartystar føroyingar at sær, men talið av lesandi her heima er eisini vaksið nógv. Tað vísa tøl frá Stuðulsstovninum

Góðu høvdini koma ikki aftur prosent av teimum føroyingum, sum taka eina hægri útbúgving, gera tað uttanfyri føroysku landoddarnar. Á heimsplan munnu tað vera fá lond, sum kunnu vísa á somu tøl. Tískil hava vit eisini mangan erpað okkum við hesum. Íblástur úti frá er bara til gagns fyri okkara lítla land, og henda íblástur fáa vit frá okkara egnu, klóku og góðu høvdum, sum hava verið burtur í nøkur ár og so koma heimaftur. Fantastiskt! Veruleikin er tíverri ikki so ljósareyður, og tað eru okkara brimbardu klettar eftir øllum at døma heldur ikki. Undir øllum umstøðum er veruleikin tann, at tey, sum taka eina hægri útbúgving uttanlands, hava ógvuliga ilt við at koma heimaftur til Føroya. Hetta staðfesta tøl hjá Stuðulsstovninum, ið hevur tikið stig til eina kanning, sum Jacob Mouritz Olsen, lesandi á Ålborg Universitetscenter, hevur gjørt.

Brain drain er veruleiki

Henda kanningin staðfestir, at óhugnaliga hugtakið brain drain, er veruleiki í Føroyum. Heilaflýggjan hevur onkur í Føroyum rópt tað. Kanningin hjá Stuðulsstovninum varð gjørd í 2007 og tey spurdu vóru føroyingar, sum høvdu nomið sær hægri útbúgving uttanlands og vóru liðug við hana í tíðarskeiðnum millum 2004 og 2006. Av teimum vóru 56 prosent framvegis búsitandi uttanlands. Hesin prosentpartur varð eisini spurdur, um tey roknaðu við at vera heima í Føroyum um fimm ár, tað vil siga í 2012. Tá svaraðu 43 prosent, at tað roknaðu tey ikki við. Við øðrum orðum var bert talan um eina góða helvt, sum kom aftur til Føroya innanfyri tey fyrstu seks árini eftir at hava lokið hægri útbúgving uttan48

lands, og tað er nógv minni enn í hinum Norðurlondunum.

Grannar okkara

Stuðulsstovnarnir í hinum Norðurlondunum hava gjørt somu kanning sum føroyski Stuðulsstovnurin, men hjá teimum eru úrslitini fullkomiliga øðrvísi. Fyrst og fremst eru tey lutfalsliga nógv færri, sum leita sær av landinum at útbúgva seg. Í Danmark, Svøríki og Finnlandi liggur talið á teimum, sum taka eina hægri útbúgving uttanfyri heimligu landamørkini, millum tvey og fimm prosent. Í so máta eru norðmenn og íslendingar nakað frægari, tí hjá teimum eru tølini ávíkavist tíggju og 25 prosent. Hyggja vit at Noreg og Íslandi og tølunum fyri tey, sum koma heim aftur stutt eftir at hava nomið sær hægri útbúgving uttanlands, er støðan ein heilt onnur. Tey spurdu vóru liðug við útbúgving

sína millum eitt og fýra ár áðrenn kanningin varð gjørd, men tá vóru kortini einans 16 prosent av norðmonnunum ikki vendir heim aftur, meðan talið hjá íslendingunum var tvey prosent hægri. Í so máta eru tølini í Finnlandi meira lík teimum føroysku. Har vóru 43 prosent av teimum, sum vóru liðug við eina útbúgving í tíðarskeiðnum 2002 til 2006, og luttóku í kanningini í 2007, framvegis búsitandi uttanlands. Stuðulsstovnurin liggur ikki inni við hesum somu tølum fyri Danmark og Svøríki, og tískil ber ikki til at gera nakra samanbering har. Men líkamikið hvussu tú so vendir og lesur tølini, so stendur tann veruleikin eftir, at tað tilsamans eru lutfalsliga nógv fleiri, sum fara avstað í útbúgvingarørindum og sum ikki seta búgv aftur í Føroyum, í mun til aðrastaðni.

Øðrvísi í Íslandi

Orsøkirnar til henda stóra mun, eru so nógvar og ymiskar, at vit ikki fara at viðgera tann spurningin her. Kortini geva vit pláss fyri einum sjónarmiði, sum leiðarin á Stuðulsstovninum metir vera ógvuliga grundleggjandi. Hann vísir til kanningina »Føroyingar í útlegd«, sum varð løgd fram í fjørheyst. – Har segði helvtin, at tey møguliga høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum, um tað var møguligt, greiðir Terji á Lakjuni frá. Hetta merkir, at talið á teimum, sum høvdu tikið útbúgving sína uttanlands, helst hevði verið lægri, um útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum vóru fleiri í tali. Terji á Lakjuni tekur eisini Ísland fram sum dømi og greiðir frá, hvussu nógvir íslendingar taka fyrra partin av útbúgving sínari í Íslandi, meðan seinni parturin verður tikin uttanlands. – Og tað er munur á at taka tvey ár uttanfyri heimlandið, heldur enn at taka alla útbúgvingina, sum tekur minst fimm ár, vísir Terji á Lakjuni á. Hann førir fram, at tað er í lestrarárunum, at fólk typiskt fáa sær maka, kanska børn og festa røtur. Og fyri stóran part av teimum, sum taka eina hægri útbúgving, hendir hetta uttanfyri Føroyar. Av somu orsøk er tað eisini trupult at venda heimaftur.

>> Næsta blaðsíða

62

S

um heild vísa tølini, at alt fleiri føroyingar fara undir hægri lesnað. Sìðani 2004 og fram til 2009 eru tølini støðugt vaksin, og seinasta ár var aftur met sett. Tá var talið av lesandi føroyingum komið upp á 1785, eitt rættiliga stórt lop frá 2007/08, tá talið var 1547.

Føroyar

Talið av lesandi í Føroyum hevur verið nøkulunda javnt fram til skúlaárið 2008, tá talið øktiskt við fleiri enn 100 lesandi. Orsøkin til hetta stóra lopið kann vera, at læraraskúlin umskipaði lærara og pedagogútbúgvingina til bachelor,

og tóku tískil fleiri næmingar inn. Hetta sama árið bjóðaði Fróðskaparsetrið eisini onkrar nýggjar útbúgvingar, sum drógu fleiri umsøkjarar.

Danmark

Tað er meiri ivasamt, hví talið av føroyingum, sum fóru til Danmarkar at lesa, hækkaði so nógv í 2008. Eisini her hækkaði talið við nærum 100 fólkum. Tað kann hugsast, at kreppan var farin at gera vart við seg, og fólk søktu

inn á skúla, tí verri var at fáa arbeiði. Eisini nýggja bonusreglan, sum loyvir nýklaktum studentum at falda miðaltalið við 1,08, um søkt varð víðari innan tvey ár eftir miðnám, kann hava fingið fleiri av skunda sær víðari undir hægri lesnað. Eisini kann talan vera um ein serliga stóran árgang. Mest sannlíkt er, at tað er ein blandingur av øllum hesum tingunum.

Stórabretland

Talið av lesandi í Stórabretlandi er eisini hækkað munandi; tað er nærum tvífaldað frá 2007 til 2008. Tað er væl trúligt, at tað er boðskapurin um ÚSUN stuðulin, sum byrjar at sláa ígjøgnum her, og fólk skilja, at tey hava møguleika at fara til Bretlands at útbúgva seg. Nøkur hava verið í Stórabretlandi árini frammanundan, og tað kann tykjast, sum at ringarnir av hesum eru við at breiða seg.

Norðurlond annars

Tað tykist ikki, sum Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland eru serliga vælumtókt, sum lestarlond hjá føroyingum. Talið av lesandi í hesum londum hevur verið ógvuliga støðugt øll

árini, og tá man hugsar um, at samlaða talið av lesandi er hækkað, er prosentparturin av lesandi í Norðurlondum annars, minkaður.

Norðuramerika

Talið av føroyingum í Norðuramerika nærum tvífaldaðist frá 2007 til 2008, úr 8 føroyingum upp í 15. Tað er væl hugsandi, at tað aftur her er ÚSUN stuðulin, ið spælir inn, tí tað er annars ógvuliga kostnaðarmikið at lesa í USA.

Tað er tó ógvuliga sannlíkt, at hetta talið fer at minka aftur, nú ÚSUN stuðulin er minkaður, og fólk sjálvi mugu rinda ein stóran part av dýra skúlagjaldinum. Eydna Skaale

eydnaskaale@hotmail.com

– Tá er støðan nakað øðrvísi í Íslandi, har tey við útbúgvingarmøguleikunum hava lættari við at fáa fólkini at taka ein part av útbúgvingini har, og harvið eisini lættari við at fáa tey heimaftur, metir Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum. Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo

49


Mannagongd

SU-skipanin

Áðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pappírsarbeiði o.ø., alt eftir hvat land tú flytir til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt p-tal - tað sonevnda cpr-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum nevniliga at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum cpr-nummari, sjálvt um tú fert aðra staðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt cpr-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað.

At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar. Katrin D. Apol

SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin vegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað.

Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa vanliga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini.

Norðurlond

Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen etftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SU-studning, um tú supplerar í minst ein mánaða.

Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SUstuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkaðan pening við síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark.

Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning.

Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár. 50

Onnur lond

Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚSstuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani.

Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SUstyrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini hjá SU-styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-styrelsen. Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestraraktiv/ur. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

Stutt lestraruppihald uttanlands

Um tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú hoyrir til, og ikki SU-styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

>> Næsta blaðsíða

Hvat er SU?

Um tú flytir til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt cpr-nummar, fyrr enn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í. Cpr-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt, tí er neyðugt beinan vegin at kunna vísa á ein bústað.

Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Søk eisini hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-nummar, tí so er umsóknin komin rættstundis! Ofta kann ganga nakað av tíð áðrenn umsóknin kemur í gjøgnum fyrstu ferð orsakað av stóra trýstinum á SU-styrelsen serliga í aug. - sept.. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri fyrstu tíðina.

Klippikortið

SU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið). Møguligt er at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði. SU-myndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær. Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

Upphæddir

SU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Í 2010 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving og eru fylt 18 ár studning sambært hesi talvu: Upphædd pr. mðr.

Heimabúgvandi 2.677 Kr. Útibúgvandi 5.384 Kr.

Ískoyti einligir uppihaldarar 5.384 Kr.

Ískoyti til uppihaldara, sum býr saman við øðrum SU-

móttakara 2.151 Kr.

Handikapp ískoyti 7.656 Kr. Lestrarlán 2.755 Kr. Sluttlán 7.105 Kr.

Eyka SU-lán til uppihaldarar 1.379 Kr.

SU-stuðul verður skattaður

Studningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at føroyafrádráttur ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin. SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnar ikki eru rættar, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá.

Tó so, eru skattaviðurskiftini ikki tey somu, um viðkomandi er lesandi uttanfyri Norðurlond, tí har verður inntøka, sum er uttanfyri tað ríkið viðkomandi lesur, ikki skattaður, t.v.s. at SU verður ikki skattaður. Sí www.taks.fo.

Lestrarlán

Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SUstuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænur eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum. Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SU-stuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán. Sluttlánið kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar.

Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava tað við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán.

Afturrindan av lánunum

Tá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal byrja er tengt at hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. Tvs. um tú t.d. verður liðugur 30. juni 2010, 51


skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2011. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera, at rinda aftur áðrenn tíðina.

Nærri upplýsingar

Henda greinin er so ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at

byrja at lesa. Um tú skalt aðra staðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU á suudlu. dk. Annars er heimasíðan hjá SU-styrelsen er rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www.su.dk Tú kanst eisini venda tær til Rádgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk.

Føroyafrádráttur N

ógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti.

Arbeiði og SU

Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2010 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 8.464 kr. = 101.568 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 24.742 kr. um árið fyri hvørt barnið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur.

Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru “studieinaktiv”, hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 17.107 kr. um mánaðin. Sí annars www.su.dk.

Frával av SU-klippum

Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í “klippikortinum” hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni.

Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Tú finnur nýggjastu upphæddirnar á www. su.dk. 52

Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir.

Føroyafrádrátturin og fríupphæddin

Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin, so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina.

SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú kemur upp um fríupphæddina hjá SU (101.568 kr.), so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp.

Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin

Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 32.926 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 32.926 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Sí annars www.su.dk har tú hevur møguleika at rokna hetta út sjálv/ur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi.

Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SUreglurnar ígjøgnum eina ferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol.

>> Næsta blaðsíða

U

m tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum. Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv.

Hvat er Føroyafrádráttur?

Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

Treytir:

Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

falsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?

Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild / specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. Greið frá:

• at tú er føroyingur undir útbúgving

• at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til • at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

• At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið

Minst til:

• At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetance¬gevandi) frammanundan

• at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

• At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum

• at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.

• At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Um tú fært noktað føroyafrádrátt

Eru undantøk?

Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.

Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin?

Fyri ár 2010 er føroyafrádrátturin uppá 71.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til.

Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lut-

Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.

dir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Hvussu leingi?

Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.

Um tú ikki fert heim

Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum.

Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark (www.radgevingin. dk). Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Kann føroyafrádráttur nýtast til SU?

Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU.

Sambært dupultskatta avtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”.

Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur

Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna un53


54

55 Tekning eftir Janus á Húsagarði


Vit hava verði og spurt Háskúla Íslands hvat tey hava at bjóða føroyingum sum vilja koma til Íslands at lesa.

The University of Iceland International and Unique

T

he University of Iceland is a progressive educational and scientific institution, renowned in the global scientific community for its research. It is a state university, situated in the heart of Reykjavík, the capital of Iceland. A modern, diversified and rapidly developing institution, the University of Iceland offers opportunities for study and research in almost 300 programmes spanning most fields of science and scholarship: Social Sciences, Health Sciences, Humanities, Education, Natural Sciences and Engineering.

Some of the resources available at the University are uniquely Icelandic. These include the manuscripts preserved in the Árni Magnússon Institute, Icelandic census records dating from 1703, exceptionally complete genealogical data and climatological, glaciological, seismic and geothermal records. The University of Iceland holds a leading role internationally in renewable energy and environmental research.

Extensive and diverse The University of Iceland has five schools and 25 faculties, offering hundreds of different courses of study. Various types of learning are provided at all higher education levels, through flexible programmes that meet today’s demands for an extensive and practical education. The University of Iceland is the only university in Iceland 56

offering undergraduate and postgraduate programmes in all major academic fields.

Leading academics The University of Iceland employs a large number of highly educated and qualified academics. The vast majority of our permanent academic staff hold doctorate degrees and have studied and participated in research at respected foreign universities. Consequently, academics at the University of Iceland are part of a strong and far-reaching global network, and many of them are leaders in their respective fields within the international scientific community.

An international university The University of Iceland collaborates with hundreds of international universities and research institutes in student exchanges, research, faculty exchanges and more. All of the University’s students have the option of taking part of their

degree at universities overseas. Hundreds of international students are enrolled at the University of Iceland during a given academic year, and their number is growing. The University employs numerous international guest

>> Næsta blaðsíða

Útbúgvingarstovnar í Íslandi eru á høgum støði - tú arbeiðir og lærir nógv!

professors and scientists and brings in lecturers from abroad almost on a daily basis. Hence, the University is made up of a vibrant and multi-dimensional community of people.

Growing and prosperous At the University of Iceland, we are in the midst of a vigorous period of growth. Research, scientific work and teaching at all levels are thriving, while remarkable achievements are attained on a regular basis with regards to improved facilities at the school. Recent and current undertakings serve to vastly enhance scientific activities and instruction at the University of Iceland and to improve facilities and opportunities for its students.

Planning Your Study in Iceland At the University of Iceland, we are receiving a growing number of international students every year. All of them have found the opportunity of studying in the capital of Iceland attractive for many reasons, as we hope you will too.

Embarking on studies at a foreign university is a milestone in every student’s life. It can also raise many questions, many of which will be addressed in this brochure. We urge you to read through it carefully so that your stay at the University of Iceland may be as enjoyable as possible, right from the outset. The University website provides most answers concerning education, services and social activities, either on the websites of individual faculties, in the general section of the web, or on Uglan, the University’s intranet.

Language of instruction The principal language of instruction at the University is Icelandic, but most faculties give courses in English as well. Various programmes are now taught entirely in English. Examples of these are Medieval Studies, studies in Environment and Natural Resources, studies in Renewable Energy Engineering, International Studies in Education and an international L.L.M. programme. For further information or advice, feel free to contact the staff at the university or check out our web site at www.hi.is

57


Íslendskt

Sálarfrøði í Íslandi E

g lesi BS sálarfrøði í Háskóla Íslands í Reykjavík (University of Iceland). Útbúgvingin tekur 5 ár í alt. Trý tey fyrstu árini (BS) geva 180 ECTS. Tá tey eru liðug, kanst tú velja framhaldið, sum er Cand. psych, Master ella Felags- og vinnusálarfrøði, ið geva 120 ECTS afturat. Undirvísingin er á íslendskum, men alt lærutilfarið er á enskum. Tað fyrsta árið kann ein taka royndirnar á enskum, eftir tað er tað upp til læraran, um royndin er á íslendskum ella eisini enskum. Men ein hevur altíð loyvi til at skriva uppgávur á enskum. Tað eru altíð nógv, ið søkja inn at lesa sálarfrøði. Einasta upptøkukravið er, at umsøkjarin hevur studentsprógv. Miðalkarakterurin á studentspróvnum hevur einki at siga. Hettar ger, at øll hava ein møguleika – men seinni skal ein so harafturímóti prógva, at hetta er tað, man veruliga vil. Longu fyrsta hálvárið er stopproynd, har helvtin av næmingunum dumpar, og sostatt 58

ikki sleppur víðari. Næsta hálvárið er eisini ein líknandi stopproynd. So sálarfrøði er eingin dansur á rósum, og heldur eingir skjótt syftir seiðir.

Skúlin liggur tætt við miðbýin, og við síðuna av míni íbúð. Eg leigi á studentagarðinum. Har er gott at búgva; serliga tí at fleiri í flokkinum eisini búgva har, og at samanhaldið av tí sama verður betur. Í Reykjavík búgva umleið 202.000 fólk. Fitt fólk. Eg haldi, at íslendingum dáma sera væl føroyingar. Sálarfrøðideildin hevur eitt studentafelag, ið ger nógv fyri, at tey lesandi koma at kenna hvønn annan og at trívast. Hvørt vikuskifti hendir eitt ella annað, t.d. vísindaferðir, pub-quiz, temaball o.s.fr. Nógv tíð fer við lesnaði. Ofta plaga vit at møtast í skúlanum at gera skúlating saman. Eisini er eitt ítróttarhús í skúlanum, har ein kann venja

yoga, pilates, aerobic, vektir o.a.

Ein onnur føroyskt, Sólja, lesur sálarfrøði saman við mær. So eru tvey onnur føroysk á háskúlanum, ið lesa altjóðað samskipti.

Eg valdi Ísland, tí tað er eitt fantastiskt land! Mær hevur altíð dámt at vera í Íslandi. Í 2002 var eg í Reykjavík á húsarhaldsskúla, og tá avgjørdi

eg, at eg heilt avgjørt skuldi aftur til Íslands at lesa eftir lokið studentsprógv. Eisini eri eg hálv íslendsk, so tilknýtið hevur altíð verið har. Eg haldi heilt avgjørt, at fleiri føroyingar skuldu valt Ísland sum teirra lestrarland. Yrsa Hauksdóttir Frýdal

>> Næsta blaðsíða

Eg veit væl, at nógv halda, at íslendskt er eitt torført mál at læra. Men har eri eg ósamd. Tað er keðiligt og púra óneyðugt, at fólk lata málið halda sær aftur frá at lesa í Íslandi. Øll málini í Norðurlondum líkjast á ein ella annan hátt. Eg sjálv fyrireikaði meg við at lesa nógvar íslendskar bøkur, áðrenn eg flutti. Einki kemur

av sær sjálvum; um tú sjálvur ger okkurt fyri at læra, til dømis lesur og lurtar eftir onkrum íslendskum, finnur tær íslendskar vinir, og sum heild tekur lut í samskiftinum við aðrar studentar, ja so skal íslendska málið nokk koma uppá pláss.

Money money money ...

Vit rinda skúlagjald, men tað er einans 45.000 ISK um árið, ið er umleið 2.500 – 4.500 krónur. Vit fáa ongan peningastuðul til hetta gjaldið.

Eins og við flestu øðrum hægri útbúgvingum, fái eg SU, sum eru góðar 5.400 kr. um mánaðin. Í Íslandi skal man ikki gjalda skatt av hesum pengum. Umframt SU, fái eg eisini íslendskan íbúðarstuðul, sum eru 18.000 ISK, ið er umleið 9001.800 kr (alt eftir hvat kursurin á gjaldoyranum er). Tað er eisini møguligt at taka ódýr íslendsk skúlalán, tað gera flestir næmingar, tí tað er ikki nógv tíð til arbeiði.

59


eg inn á deildina fyri samfelagsvísund í Jónas Broncksgøtu, og spurdi um møguleiki var fyri at sleppa til Íslands at taka tær lærugreinarnar, eg manglaði. Heldur ikki her var nakar trupulleiki, og eg fór so undir at søkja um upptøku á HÍ ígjøgnum ERASMUS skipanina. Tað gingu 3 vikur, so vóru øll viðurskiftini komið uppá pláss. Eg pakkaði bilin, koyrdi umborð á Norrønu og fór aftur til Íslands.

MSc í Altjóða Samskifti (Reykjavík)

Sum skiftisnæmingur kemur tú eisini at kenna fólk úr øllum heiminum. Og sum føroyingur fær tú stór a uppmerksomheit, bæði fr á næmingum og lær arum.

E

ftir at eg hevði tikið meginpartin av støðisútbúgvingini í Stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum, fór eg til Reykjavíkar á eina ráðstevnu í juni 2008. Komin á hotellið, setti eg ferðagóðsi frá mær og fór út á 60

gøtuna at hyggja meg um í býnum. Eg hevði ongantíð verið í Reykjavík áður, men hevði ofta spælt mær við tankan um einaferð at fara til Íslands at læra málið. Abbi mín var íslendingur og omma hálvur íslendingur, so Ísland hevur altíð verið ein partur av gerðandisdegnum í familjuni hjá okkum. Hóast eg eri 3/8 partar íslendskur, og abbi tosaði íslendskt (ella kanska meira eina blanding av íslendskum, donskum og føroyskum), so dugdi eg ikki málið, hóast eg skilti einstøk orð. Eftir at hava gingið í miðbýnum eina løtu henda dagin og

sæð ein brotpart av hesum lítla býi, ið tó hevur stórbýar dám, hevði eg tikið avgerðina. Eg vildi royna at búgva í Reykjavík í eina tíð! Á veg aftur til Føroyar nakrar dagar seinni, steðgaði eg á Háskóla Íslands (HÍ) á leiðini til flogvøllin og fór inn at tosa við ein vegleiðara á samfelagsdeildini. Eg spurdi, um møguligt var at taka nakrar lærugreinar sum skiftisnæmingur á HÍ. Svarið var, at um Fróðskaparsetri metti tað vera í lagi, var onki, ið forðaði fyri hesum. Síðani fór eg beina leið oman á flogvøllin, og lendi í Vágum 1 tíma seinni. Dagin eftir fór

>> Næsta blaðsíða

Háskúli Íslands (HÍ) leggur seg eftir at verða ein hægri altjóða lærustovnur á høgum støði, við útlendskum serfrøðingum sum gestalær ar ar, skiftis næmingum, undirvísing á enskum í nógvum fakum o.s.fr.

Tað var ein stór broyting at fara frá Fróðskaparsetrinum til Háskóla Íslands. Eg fór frá einum lítlum útÍslands at taka nøkur fak ella eina og renna á. búgvingarstovni til ein nógv størri. HÍ Við tað at eg fór til Íslands sum heila útbúgving. Sum skiftisnæmingur hevur 14.000 lesandi, harav 2/3 eru skiftisnæmingur, fekk eg meira fjøl- kemur tú eisini at kenna fólk úr øllum konufólk, 1/3 mannfólk og áleið 1100 broytni í útbúgvingina. Eg hevði heiminum. Og sum føroyingur fær tú skiftisnæmingar úr øllum heiminum og møguleikan at taka fak, ið ikki vóru nógv uppmerksemi, bæði frá næmintú kann skapa tær eitt stórt netwerk boðin út á Setrinum. Tíðin sum skift- gum og lærarum. Íslendingar eru um allan heimin, ið kann koma sera isnæmingur var eisini ein fyrireiking sera blíðir og fyrikomandi, og síðani væl við seinni. Somuleiðis Føroyar sum fyrsta land veitti er eitt hav av lærugreinum Við tað at Ísland er eitt lítið teimum lán eftir kreppuna, eru at velja ímillum - nakað sum teir enn blíðari. land, ein oyggj, so ber til í eg saknaði á Setrinum. Skúflestum førum at seta Føroyar Vanliga reaktiónin, tá útlendiglin var nýliga endurnýggjaður, nar í Íslandi hoyra, at tú keinn í kontekstin ístaðin fyri og Háskólatorgið, ein nýgmur úr Føroyum, er: “WOW…, Ísland og við tað síggja gjur bygningur, var fyri stutI have never meet…” og klastum tikin í brúk. Bygningurin møguleik ar og vansar sikarin “Where’s that???”. Í bindur teir flestu av gomulu mínum fyrsta tíma í íslenskum bygningunum á skúlaøkinum til víðari lestur í Reykjavík. Eg lærdi fyri útlendingar, segði síðumaðurin, saman. Háskólatorgið hevur allar málið og kom at kenna skúlaskip- ið var frá Avstralia, við meg: “You nútímans hentleikar, m.a. ein góðan anina. HÍ bjóðar fyrireikandi málskeið are the most interesting person in bókahandil, har flestu bøkurnar, ið til útlendingar, og við at vera saman this room!” Eg skilti ikki ordiliga, hvat nýttar verða á skúlanum fáast; eina við íslendingum lærir tú skjótt málið, hann meinti við og spurdi, hví hann stóra teldustovu við nýggjastu út- tí munurin á íslendskum og føroys- helt tað. Jú, tað var tí, at eg var úr gerð; eina stóra opna kaffeteriu, har kum er ikki so stórur, sum tey flestu Føroyum. lesandi kunnu eta og gera bólkaar- vilja vera við. Og at lesa í Íslandi er beiði. Háskólatorgið er eisini karmur sera viðkomandi fyri føroyingar. Tað Eftir eitt ár sum skiftisnæmingur á um tónleikaframførðslur, ið skúlin er næstan líkamikið, hvat tú lesur, HÍ og starvslesandi á Sendistovu skipar fyri. Í hinum bygningunum eru so fær tú samaborðið íslendsku og Føroya í Reykjavík, valdi eg at byrja skúlastovur, lesisalar, teldustovur og føroysk viðurskifti. Av tí at Ísland er uppá eina MSc. í altjóða samskifti. kaffistovur. Hinumegin høvðusvegin eitt lítið land, so ber í flestum førum Tað er ógvuliga spennandi at lesa liggur landsbókasavnið og Háskóla- til at seta Føroyar inn í samanhangin í Íslandi í løtuni. Tað hendir nógv á bio, ið bæði er biografur og karmur ístaðin fyri Ísland og við tað síggja politiska vígvøllinum - kreppan rakti um mentanarlig og faklig tiltøk. Tað møguleikar og vansar. Ísland hart, og hevur broytt viðurtekur eisini einans 10 min at ganga skiftini við altjóða samfelagið. Hetta oman í miðbýin, og har er ein rúgva Sum lestrarland fyri skiftisnæmingar hevur serliga víst seg við umsóknini av kaffihúsum, matstovum og nógv er Ísland eisini eitt gott boð. HÍ leg- um ES-limaskap og IceSave málihandilsvirksemi. Í nærumhvørvinum gur seg eftir at verða lærustovnur á num. Hetta er ein sera hendingarík við skúlan eru studentaíbúðir bæði høgum altjóða støði, við útlendskum og søgulig tíð. til einstaklingar og familjur. Vøggusgestalærarum, skiftisnæmingum, untovur, barnagarðar og barnaskúli er dirvísing á enskum í nógvum læruSølvi Símonarson eisini eitt hanagleiv frá íbúðarøkinum. greinum o.s.fr. Somuleiðis bjóðar HÍ Beint við íbúðarøkið, liggur ein sera eina ørgrynnu av vællærugreinum, góð gøta fram við sjóvarmálanum, ið og tá fleiri teirra eru á enskum, er leiðir oman á strondina, og verður eingin málslig forðing fyri at koma til gøtan nógv brúkt at súkkla, ganga, 61


Fyrstu kynni mín af alþjóðlegri vináttu áttu sér stað þegar ég var svo lítil að ég varð að standa á tám til að sjá upp á borðstofuborðið. Þessi minning situr í huga mér því þennan dag hafði móðir mín keypt alls kyns krásir sem ekki voru venjulega á borðum og við systkinin fengum áminningu um að leggjast ekki á eina sort og haga okkur vel því von væri á gestum. Von var á Færeyingunum og vel skyldi tekið á móti þeim...

Þessi ljúfa æskuminning vísar til þess þegar færeyskir skólabræður föður míns komu í heimsókn til Íslands að fagna útskriftarafmæli Landbúnaðarskólans á Hvanneyri. Síðar urðu ferðirnar fleiri og Íslendingarnir fóru í hópferð til Færeyja. Nú eru flestir þeirra fallnir frá. Vinátta skólasystkina er besta leiðin til að efla tengsl landa á millum og mun fleira sameinar Íslendinga og Færeyinga en skilur þá að. Háskólinn í Reykjavík er alþjóðlegi háskólinn á Íslandi og vill bjóða Færeyinga sérstaklega velkomna og gera sitt til að efla fræðasamstarf milli landanna. Það gerir skólinn með því að veita sérstakan styrk til Færeyinga og ber að sækja um hann með því að senda inn bréf með námsumsókn.

Hvers vegna ættu Færeyinga að fara til Íslands?

Líklegast liggur beinast við fyrir Færeyinga sem hyggja á háskólanám að fara til Danmerkur. Þeir tala tungumálið og þekkja menningu þeirra vel – enda er raunin sú að margir sækja þangað. Þó gæti hentað öðrum að skoða möguleikann á því að fara í háskólanám á Íslandi þó ekki sé hún önnur en efnahagsleg. Í dag er Ísland langsamlega ódýrasta Norðurlandið og þar sem Færeyingar geta 62

notað danska námsstyrkinn sinn á Íslandi er nokkuð ljóst að hann tvöfaldast að verðgildi á Íslandi.

Ef Ísland – hvaða háskóla?

Rannsóknir sýna að þegar nemendur taka ákvörðun um að fara í nám erlendis þá ákveða þeir fyrst til hvaða lands skal halda og svo ákveða þeir í hvaða skóla þeir vilja stunda nám. Nokkuð erfitt gæti reynst fyrir útlendinga að mynda sér skoðun á því hver af hinum sjö háskólum á Íslandi býður upp á það nám sem best hentar. Mikilvægt er að taka upplýsta ákvörðun og bera vel saman það námsframboð sem er á hverjum stað því háskólanám er mikilvæg fjárfesting í framtíðinni.

Upplýsingar um HR

Háskólinn í Reykjavík er einkaháskóli og næst stærsti háskólinn á Íslandi. Hann menntar flesta viðskiptafræðinga á landinu og 2/3 hluta allra tæknimenntaðra Íslendinga. Auk viðskiptafræði, tölvunarfræði og verkfræðideilda eru lagadeild og kennslu og lýðheilsudeild við skólann. Um 25% allra námskeiða eru kennd á ensku og er flest mastersnám kennt á ensku. Doktorsnám er allt á ensku. Allt starf Háskólans í Reykjavík einkennist af metnaði og samkvæmt könnun sem gerð var meðal íslenskra háskólanema þá eru nemendur HR ánægðastir allra háskólanema á Íslandi.

>> Næsta blaðsíða

Háskólinn í Reykjavík býður Færeyinga velkomna

Háskúlin á Bifrøst (Ísland)

E

ftir loknan lestur á Klaksvíkar HF-skeið, fór eg til arbeiðis í 1 ár og flutti síðani til Íslands at arbeiða víðari. Tað lá allatíðina í baktonkunum at fara víðari í skúla og eg hugdi at ymiskum møguleikum, men tá eg sá eina lýsing í einum íslenskum blaði, har tey søktu eftir næmingum til BSc í Business Administration, fekk hetta mín áhuga.

“tá eg sá at allir hentleikar vóru á skúlanum, fall avgerðin”

“Dagligdagurin á Bifrøst er fullur av lesnaði, men tá hetta er yvir staði, er eisini møguleiki fyri hugna”

Ikki long tíð gekk, til eg var bjóðaður at vitja skúlan. Skúlin liggur 1 tíma frá Reykjavík og er ein lítil lestrarbýur, har flestu lærarar og næmingar búgva á økinum.

Eg var eitt sindur bangin um, at skúlin lá so langt vekk, men tá eg sá at allir hentleikar vóru á skúlanum, fall avgerðin.

Háskólinn á Bifrøst er, sum sagt, ein lestarbýur og á økinum eru uml. 1000 íbúgvar. Tá skúlin var bygdur, var ætlanin at undirvísa í búðskapi, men

og ymiskt annað.

seinni var hetta víðka til løgfrøði og ymiskt annað.

Dagligdagurin á Bifrøst er fullur av lesnaði, men tá hetta er yvir staði, er eisini møguleiki fyri hugna. Av tí at tú allatíðina umgangst studentarnir og lærarirnir, fært tú tættari samband við teir enn á flest øðrum skúlum.

Hentleikarnir á Bifrøst eru fleiri. Burtursæð frá einum væl útgjørdum skúla, hevur tú atgongd til at uttandura boblibað, íðka ítrótt

At búgva í einum lestrarbýi hevur sínar fyrimunir og vansar, men felagslívið á Bifrøst er fínt. Av tí at nógv fara av økinum í vikuskiftinum, skipar studentafelagið fyri ymiskum ígjøgnum vikuna. Eitt tað mest umtókta tiltakið er Pubquiz, sum er hvørt týskvøld. Torleif Joensen

Háskólinn í Reykjavík býður Færeyinga í heimsókn á Íslandi ávallt velkomna og hvetur stúdenta til að kynna sér nám við skólann á www.reykjavikuniversity.is. Einnig er hægt að fá nánari upplýsingar um skólann hjá undirritaðri, Margrét Jónsdóttir, director of International Affairs – margret@ru.is

BS í Busi ness Ad mi nistration

63


Frítíðarlívið

Tað er nokk at gera í frítíðini. Her er skoytahøll, 2 biografar, bowlinghøll, umleið 15 kaffihús og barrir, 4 venjingarmiðstøðir, ein av landsins størstu svimjihøllum, og 10 minuttir frá Akureyri er eitt bestu støðun í evropa til að standa á skíum. Her er eisini fleiri listasavn sum regluliga hava framsýning og nøkur tjóðsavn (museum). Um ein hevur hug að fara út at eta eru um 30 staðir at velja ímillin sum servera allt frá kinesiskum og tailenskum mati til pitsur og piparbúff.

Lestrarlívið á Akureyri

Í vikuskiftunum er altíð nógv fólk úti. Fleri av barrunum og kaffihúsunum spæla livandi tónleik, og oftast er konsert fríggja- ella leygarkvøld. Náttarlívið í vikuskiftunum her minnir eitt sindur um tað heima í Føroyum við at fólk fer út um 1 tíðina og er úti til kl. 4-5 um morgunin. Annars er meira vanligt her enn í Føroyum, at fólk fer á barr, prátar og hugna sær saman við vinum, drekkur 1-2 øl og fer so til hús.

Hví fara til Akureyri at lesa?

Býurin er lítil og hugnaligur men hevur tó mest alt at bjóða, sum stórbýir hava. Umhvørvi minnir nógv um tað heima í Føroyum. Akureyri reklamerar seg sum lestrarbý og er tað ikki av ongum: Skúlin tekur sera væl ímóti næmingum aðrastaðni frá, tær nýtist ikki at hava bil fyri at koma runt her í býnum, tú fært heilt sikkurt íbúð ella kamar og hóast skúlin er lítil, er støðið tað sama sum í størri skúlum. Biretha Vitalis Joensen

Mín tíð sum au-pair

1 oktober 2010 kom eg fyri fyrstu ferð til Íslands. Eg arbeiddi sum aupair á einum bóndagarði sum liggur ca. 20 min. frá Akureyri, næst stórsta býi í Íslandi.

Á bóndagarðinum passaði eg tvær gentur sum vóru 1 og 2 ár og 4 ára gamla dóttir mín, var við mær. Tað tók ikki langan tíð til eg skildi íslenskt, og tað gekk eisini fínt at læra at tosa málið. Eg hevði altíð fríð um kvøldarnar, og í tríggjar mánaðir gekk eg á kvøldskúla fyri at læra at skriva íslenskt. Eg var au-pair í ½ ár. Tað er fínt at arbeiða sum au-pair í eina tíð í tí landinum, tú hevur hug at lesa í. Tú lærir málið, kemur at kenna býin, menntan og fólk og fór (vónandi) eina góða uppliving. Eg vil tó viðmæla at søkja ígjøgnum okkurt au-pair felag ella fara til familju, har sum tú kennir onkran.

Háskúlin

Eg valdi at fara í háskúla á Akureyri, tí mær dámdi væl, at býurin er ikki alt ov stórur. Um 18.000 fólk búgva her. Skúlagjadlið er 45.000 ISK um árið,sum er um 2000 kr, men bøkurnar eru dýrar. Ikki er óvanligt at brúka ímillum 30.000-50.000 kr í bóka64

kostnað hvørt semester.

Skúlin er ikki serliga stórur; umhvørvi á skúlanum er tó rættiliga hugnaligt, matarsalurin er brúktur til at eta, práta og gera bólkaarbeiði í, og stemningurin í matarsalinum minnir um stemning á kaffihúsi. Annars er ikki óvanligt at næmingar møtast á kaffihúsi til at gera bólkaarbeið.

Tað tekur 3 ár at lesa bachelor í sálarfrøði, og útbúgvingin er SUgóðkend. Tíverri ber ikki til at lesa master ella cand psych í sálarfrøði í Akureyri, so ein noyðist til Reykjavík ella til eitt annað land fyri at lesa víðari.

Lestrarlívið

Útbúgvingin er gjørd soleiðis, at tað eru fleiri royndir og uppgávur í gjøgnum árið, og so er ein stór roynd í hvørjum faki í royndartíðini desember og apríl-juni, sum er ímillin 45-90% av karakterinum. So ein noyðist at lesa væl alt árið ikki bara fyri royndartíðina. Tað er ikki møtiskylda í flestum føkum, eg havi tó verið í einum faki har møtiskylda er, men har fart tú eisini karakter fyrir bara at møta í tíma.

Hóast nógv tíð fer til skúlating má ein ikki gloyma felagslívið. Næmingafelagið skipar fyri fleiri tiltø-

kum ígjøgnum skúlaárið. Nevnast má vísindaferðina til Reykjavík í februar har næmingarnir vitja museum, fara út at eta saman og stuttleika sær um kvøldið og náttina. Ársveitslan er í mars, og er størsta tiltakið sum næmingafelagið skipar fyri. Har er góður matur, góð tónlist, gott undirhald og øll møta í sínum flottastu klæðum. Sprellmót er í oktober og kappast deildirnar tá ímóti hvørjari aðrari í óvanligum leikum. Deildirnar skipa eisini fyri ýmskum tiltøkum, serliga pubquiz og tílíkt í vikuskiftunum. Sum lesandi í háskúlanum á Akureyri ert tú sjálvandi limur í næmingafelaginum og fært afsláttur í fleiri handlum, matstovum og venjingarstøðum.

Bústaðarviðurskifti

5 studentagarðar eru á Akureyri har til ber at leiga kamar ella 2 ella 3 verisils-íbúð. Studentagarðarnir liggja tætt við skúlan (millin 7 og 20 minuttir at ganga), og tríggir av teimum liggja í barnavinarligum umhvørvi og tætt við barnagarð og barnaskúla. Sum lestrarbýur er Akureyri fyrimyndarligur fyri barnafamiljur. Tað er eingin bíðitími til studentabúðstaðir, og bíðitíð fyri barnagarðspláss er ikki long. Tað er ókeypis at taka bussin, so ein klárar seg fínt uttan bil.

>> Næsta blaðsíða

“Býurin er lítil og hugnaligur men hevur tó mest alt at bjóða, sum stórbýir hava”

Sendistova Føroya í Reykjavík hevur seinastu tíðina arbeitt við at skráseta og fáa samband við føroyingar, ið lesa í Íslandi, og leygardagin, 31.okt. 2009, hevði sendistovan bjóðað teimum lesandi inn á gólvið. Eitt av endamálunum við hesum tiltaki var, at kanna, um áhugi var fyri at skipa eina íslendska nevnd undir MFS – Meginfelag føroyskra studenta. Tað vísti seg at vera stór undirtøka fyri at skipa eina Íslandsnevnd undir MFS, og 5 fólk bjóðaðu seg fram til nevndina. Nevndin fer at virka fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Íslandi, at fáa føroyingar at umhugsa Ísland sum møguligt lestrar land, at taka lut á lestrar stevnum og at kunna nýggjum lesandi í Íslandi um mannagongdir í samband við flyting og annað. Heimasíðan hjá MFS Ísland er www.mfsisland.com og er har møguleiki at lesa um okkum. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum og at spyrja spurningar um at lesa í Íslandi. Eitt av hjartamálum felagsins er, at fáa fleiri føroyingar undir hægri útbúgving í Íslandi. Fyrsta uppgávan hjá MFS Ísland, hevur verið at staði fyri Pisublaðnum 2010.

Sólja K atrina Klargaard, 31ár úr Tórshavn, lesur sálarfrøði á Háskóla Íslands. Forkvinna í MFS Ísland síðan stovnan í novembur 2009. Yrsa Hauksdóttir Frýdal, 25ár úr Tórshavn, lesur sálarfrøði á Háskóla Íslands. Næst forkvinna í MFS Ísland síðan stovnan í novembur 2009. Biretha Vitalis Joensen, 24ár úr Klaksvík, lesur sálarfrøði á Háskóla í Akureyri. Skrivari í MFS Ísland síðan stovnan í novembur 2009. Sølvi Símonarson, 32ár úr Klaksvík, lesur Altjóða Samskifti á Háskóla Íslands. Peningarøkil í 65 MFS Íslands síðan stovnan í novembur 2009.


>> At velja sær útbúgving

Sólja Klargaard

Nógvar ymiskar orsøkir eru, hví fólk fara undir hægri lesnað. Fyri nøkur er eitt prógv fyrsta stigið á leiðini til eitt arbeiði og eina yrkisleið. Fleiri arbeiðspláss seta sum minsta krav, at tú hevur eina bachelor ella líknandi útbúgving. Fyri onnur er hægri útbúgving ein umráðandi partur av teirra persónligu menning. At ganga á universiteti er ein møguleiki at læra nógv nýtt og møta nýggjum fólki og avbjóðingum. Tín útbúgving verður ein partur av tær og tíni framtíð.

Hvussu kann eg náa mítt fulla potentiali? VER VIRKIN! Kanna og samla nógvar upplýsingar fyri at tryggja at avgerðin tú tekur er røtt. Hetta tekur tíð. Tíð sum, hóast alt, er væl brúkt. Tað arbeiði, sum tú leggur í hetta nú, fer at hjálpa tær við at taka tær røttu avgerðirnar.

Hvat vil eg við mínari framtíð? GER EINA ÆTLAN! Eina fimm ára ella tíggju ára ætlan. Byrja við at finna útav, hvar tín áhugi liggur. Var okkurt fag í miðnámsskúlanum, sum fangaði teg meira enn onnur? Hevur tú áhugamál, ið kundu leitt til eina yrkisleið? Hevur tú hoyrt um okkurt arbeiði, sum tú hevur serligan áhuga í? Hvussu eru møguleikarnir fyri at fáa arbeiði innan títt áhugamál, eftir at tú ert liðug/ur at lesa? Hvussu er lønin? Tveir spurningar, ið tú skalt seta tær sjálvum hvørt ár, eru:

HVAR VIL TÚ GJARNA SÍGGJA TEG SJÁLV/AN UM 10 ÁR? HVAT KREVST FYRI AT KOMA HAR TIL?

Um tú arbeiðir við eini ætlan um hægri lestur, sum er tídningarmiki fyri teg (og ikki bara fyri onnur), fer hetta at fáa teg at arbeiða meiri málrættað.

66

HÆGRI LESTUR ER EITT ARBEIÐI. Umhugsa eisini, um tú kennir teg klára/n, ella um tú vilt brúka eitt ár ella tvey ár til at búnast og menna teir førleikar, ið krevjast. Eitt er at byrja á eini útbúgving, men fyri at fullføra hana, skal áhugin vera til staðar. Tí er umráðandi, at tú gert upp við teg sjálvan, hví tað er umráðandi fyri teg at fara undir hægri lesnað.

Hvussu kann alt hetta eyðnast? Tá ið tú hevur gjørt eina ætlan, er næsta uppgávan at fylgja henni! Samstundis er umráðandi at vera opin fyri at umstøður og áhugi kunnu broytast, og tí mást tú kanska umhugsa tína ætlan fleiri ferðir. Tað er ikki óvanligt, at lesandi skifta útbúgving meira enn eina ferð, og skifta yrkisleið fleiri ferðir gjøgnum lívið. FYRIREIKA TEG VÆL! Samla so nógvar upplýsingar, sum tú kannst um útbúgvingar og stovnar, ið kunnu hjálpa tær við at taka eina góða avgerð. Flestu útbúgvingarstøð hava heimasíðu við upplýsingum um útbúgvingarnar, ið verða bodnar út. Tosa við onnur lesandi um teirra útbúgving og royndir. Tosa við fólk sum arbeiða innanfyri tað, ið tú ætlar tær at arbeiða við. Tak samband við útbúgvingarstøðini ella leita á teirra heimasíðum. Nógvir skúlar hava opið hús fyri møguligum lesandi - um tú ert í landinum har skúlin er, so tak av hesum tilboði. Um til ber, átti tú at hittst við einum vegleiðara ella lærara frá útbúgvingarstovninum, sum hevur tín áhuga. Samanber somu útbúgving á fleiri útbúgvingarstovnum, tí stórur munur kann vera á undirvísingarhátti og upptøkukrøvum.

>> Næsta blaðsíða

Vel tína framtíð

GRANSKA HVUSSU EIN LÆRIR! Nógvar bøkur eru útgivnar, um hvussu vit læra, og er tað sera ymiskt, hvat vit hava lært heimanífrá og í skúlanum, og er hetta við til at mynda lestrartíðina. Vit hava uppbygt okkara vanar gjøgnum nógv ár, og fyri mong er talan um beinleiðis óvanar. Tú kanst læra at læra betur.

arbeiði vera ein fyrimunur.

Hvør útbúgvingarstovnur er rættur fyri meg?

Hvussu kann eg gjalda fyri alt hetta?

FINN TÍNA ÚTBÚGVING FYRST! At finna ta útbúgving, sum hevur tín áhuga og sum uppfyllir tíni ynski og framtíðar ætlanir, eigur at vera raðfest hægst. Um tú hevur fleiri skúlar at velja ímillum, kundi verið gott at umhugsa ymisk faglig og praktisk viðurskifti, og at samanbera skúlarnar.

Tað er umráðandi at vita, at tær ikki nýtist at lesa fulla tíð. Tað er tó so, at tú skal lesa fulla tíð fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá SU og ÚSUN.

HYGG AT TÍNUM FØRLEIKUM! Hygg at tær sjálvari/sjálvum og tínum førleikum - bæði teimum sosialu og teir fakligu. Hvørjar førleikar vilt tú byggja á? Hvussu hevur tú tað við bólkaarbeiði? Ert tú tann, sum ilskast inná, at hini í bólkinum ikki arbeiða nóg nógv? Fært tú nógv burturúr at skipa arbeiði saman við øðrum, ella fært tú meira burturúr av at arbeiða einsamøll/einsamallur? Summir útbúgvingastovnar brúka nógv bólkaarbeiði, meðan aðrir leggja meiri dent á sjálvstøðugt arbeiði. Kanna hvussu undirvísingarhátturin passar til tín og tíni ynskir. VERA HEIMA ELLA FARA AVSTAÐ? Tú kannst velja at flyta heimanífrá og fara á lærustovn í Føroyum ella uttanlands. At flyta heimanífrá hevur sínar avbjóðingar, og kann elva til meir ella minni strongd. Tú fert frá tí kenda til tað ókenda. Tú flytir frá tínari familju og vinum, sum kunnu vera eitt gott stuðulsnet fyri teg. Um tað ikki er nakað fyri teg, so hygg eftir øðrum møguleikum - kanska fjarlestur er tað rætta fyri teg? Hinvegin kann tað víðka tín sjónarring at flyta heimanífrá til eitt nýtt land. Um tú flytir heimanífrá, skalt tú umhugsa, um tú vilt búgva saman við øðrum ella finna tín egna bústað. Byrja at søkja um kollegi, íbúð, ella kamar so skjótt sum til ber, tí betur er at søkja um fleiri støð, fáa fleir ”ja”, enn at enda við ongum tilboðið.

HVAT UM PRÓGVI IKKI ER “NÓG” GOTT? Fleiri lærustovnar, serliga í Danmark, taka inn eftir miðalstøðumeti, meðan aðrir ikki ganga so strangt eftir miðal-støðumeti frá miðnámskúla. Kanna hvussu møguleikarnir eru aðrastaðni.

SU, ÚS ella “schoolarship” skal søkjast um í góðari tíð. Um tú ætlar at lesa uttanfyri Danmark, skalt tú søkja um at fáa útbúgvingina góðkenda av SU, áðrenn tú kanst søkja um sjálvan SU stuðulin. Tú kanst søkja um at fáa útbúgvingina góðkenda av SU, áðrenn tú hevur fingið svar, um tú ert komin inn á skúlan. SU-stuðulin kann koma eitt sindur seint fyrsta mánaðin eftir at tú ert byrjað/ur uppá útbúgvingina, so gott er at samla eitt sindur av peningi í summarferiuni. Hóast SU-stuðulin møguliga kemur seint, fært tú tað samlaðu upphæddina útgoldna, tá viðurskiftini eru komin í rættlag. Ynskir tú at lesa uttanfyri norðurlond, so spyr teg fyri hjá Stuðulsstovninum og Statens Uddannelsesstøtte, um hvussu stuðulsmøguleikarnir eru. Ymiskt er millum útbúgvingar, hvussu nógv tú skal rokna við at gjalda fyri bøkur og líknandi. Men tað kann lættligani koma upp í 2-3000 kr fyri hvørt hálvár. Kanna hvussu tað er, har tú hevur hug at lesa. Sjálvt um nógv her kann virka óyvirkomandi beint nú, so gevur ein góð útbúgving meir enn hon kostar! Góða eydnu!

STÓRUR ÚTBÚGVINGARSTOVNUR ELLA LÍTIL? Støddin á lærustovninum er verd at umhugsa. At fara á ein stóran útbúgvingarstovn við nógvum lesandi í hvørjum flokki, kann fyri summi tykjast vónleyst, meðan fyri onnur kann ”anonymiteturin” á einum stórum lærustovni og meira sjálvstøðugt 67


NORÐURLOND www.nsbo.org

Leinkjur

DANMARK www.ungdomsboliger.dk

NOREG www.student.no www.utdanning.no ÍSLAND www.studentagardar.is www.unak.is www.insi.is www.mfsisland.com FINNLAND www.soa.fi

LESTRARSTYRKIR www.gransking.fo www.ask.fo www.legat-info.dk www.legatregistret.dk www.so.dk/legat LESTRARVEGLEIÐNG www.ug.dk www.uvm.dk www.uni-c.dk www.britishcouncil.org/ denmark www.iu.dk/ www.ucas.co.uk www.ansa.no www.braintrack.com

STÓRA BRETLAND www.accommodationforstudents.com www.unite-students.com www.gumtree.com www.libertyliving.co.uk www.StudentUK.com www.support4learning.org.uk www.findaproperty.com ALTJÓÐA SKRIVSTOVAN www.lettingweb.com/ www.ask.fo www.pastures-new.co.uk/ www.citylets.co.uk KOMMUNUR www.borger.dk ÍRLAND www.educationireland.ie TÝSKLAND www.studentenwerke.de USA www.usastudyguide.com www.wemakeithappen.dk www.educationusa.state.gov 68

FØROYAR www.setur.fo DANMARK www.optagelse.dk www.uvm.dk www.ug.dk www.sektornet.dk SVØRÍKI www.studentguiden.com www.vistas.nu www.studera.nu NOREG www.utdanning.no www.ped.lex.no ÍSLAND www.fs.is www.ask.hi.is

>> Fyrsta blaðsíðan

SVØRÍKI www.studentbostaden.se www.syoguiden.com

STUÐUL Føroyar www.studul.fo Danmark www.su.dk Noreg www.lanekassen.no Svøríki www.csn.se Ísland www.lin.is Finnland www.kela.fi Grønland www.ghsdk.dk

Vilt tú skora, mást tú hava eitt mál

STÓRA BRETLAND www.educationuk.org EVROPA www.europa.eu KRING ALLAN HEIM www.braintrack.com www.studyabroad.dk

MFS 2010

www.foroya.fo

69

Pisan 2010  

Pisan 2010

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you