Page 1


PISAN 2005 ISBN 99918-988-1-6 UPPLAG: 1200 eintøk PRENT: Malchow Bogtryk ÚTGEVARI: © Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) Vesterbrogade 17A DK-1620 København V Tlf.: 33 25 02 10 www.mfs.fo E-mail: mfs@mfs.fo Skrivstovutíð er mikudag og fríggjadag kl.16-18. Skrivstovan í Århus er opin týsdag kl.16-18, tlf. 26 74 83 21 svarar eisini uttan fyri skrivstovutíð. Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd BLAÐSTJÓRI Katrin D. Apol LAYOUT OG LÝSINGAR Katrin D. Apol PERMUMYND Katrin D. Apol MYNDIR Katrin D. Apol Halla Nolsøe Poulsen Bjørg Dam Annika H. Joensen og onnur

tlf. 33 23 15 87 hevur stuðlað útgávuni av Pisuni

Eisini er tað ein treyt, at ein ráðslimur skal vera formaður í hvørjari nevnd og sostatt standa til svars fyri restini av ráðnum viðvíkjandi arbeiðinum í einstøku nevndunum. Allir limir felagsins eru sjálvsagt vælkomnir at luttaka í nevndararbeiðinum, eins og teir eru vælkomnir at stilla upp til ráðsval, ið fer fram á ársaðalfundi felagsins í februar. Í løtuni eru hesar nevndir virknar: GÚ-nevndin, Blaðnevndin, KT-nevndin, Ráðleggingarnevndin, Trivnaðarnevndin, Lestrarstevnunevndin og Århus-nevndin. Limir Allir føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving uttanlands ella í Føroyum kunnu verða limir í MFS. Har umframt kunnu føroyingar, sum eru í læru uttanlands eisini gerast limir. Tú verður roknaður sum føroyingur, um tú hevur búð minst fýra ár í Føroyum. Flestu limirnir í MFS eru búsitandi í Danmark, men samstundis sum talið á teimum, sum leita sær útum ríkisfelagsskapin at nema sær útbúgving, økist, so ber til at finna alt fleiri MFSlimir víða kring heimin. Virki felagsins Tvær skrivstovur eru undir MFS, har limir og onnur kunnu fáa vegleiðing og ráð viðvíkjandi ymsum viðurskiftum í samband við lestur. Skrivstovurnar halda til í ávíkavist Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Áarstovu í Århus og hava fastar upplatingartíðir hvørja viku. Sum limur í MFS fært tú ymsar beinleiðis fíggjarligar ágóðar so sum árskalendara, ISICkort, limablaðið Fjølnir, avsláttur uppá hald av føroysku online-avísunum, avsláttur til tiltøk undir MFS o.m.a. Umframt hetta stuðlar tú við limaskapi eisini arbeiðinum hjá felagnum. Stór mál Umframt hesar meira sjónligu tænasturnar arbeiðir MFS við ymsum studentapolitiskum málum. Nøkur av teim málunum, MFS gjøgnum árini hevur virkað fyri, eru mál, sum í dag verða mett sum sjálvsøgd rættindi hjá teim lesandi. Nevnast kunnu valrætturin til løgtingsval og árliga ferðaískoytið frá Stuðulsstovninum. Valrætturin til løgtingsval tryggjar lesandi útisetum rættin til at greiða atkvøðu til løgtingsval, hóast teir eru fyribils búsitandi uttanlands. Ferðaískoytið stóð ovast á dagskránni hjá felagnum fyrst í 90-árunum, og eftir at málið varð endaliga samtykt av myndugleikunum, fáa lesandi útisetar nú eitt peningaligt ískoyti, soleiðis at tey kunnu keypa sær ferðaseðil heim

til Føroya á hvørjum ári. Fyrimunir við limaskapi MFS tryggjar eisini limum sínum ungdómsavsláttur til ferðaseðlar til og úr Føroyum, eisini eftir at fólk eru vorðin 26 ár og tískil ikki hava rætt til sonevndan ungdómsavsláttur. Umframt vanligu rekvisi­­ tiónirnar kunnu allir MFS-limir fáa eitt sonevnt ISIC-kort. Hetta kortið er tað sama, sum verður selt av ferðamannastovuni "Kilroy", og kortið gevur avsláttur til m.a. innanoyggja ferðing í Før ­oyum og altjóða studenta­avsláttur. Fyri nøkrum árum síðani setti MFS eitt uppgávu­ savn á stovn. Savnið fevnir bæði um høvuðsuppgávur og aðrar uppgávur um føroysk viðurskifti. Uppgávusavnið er partur av bókasavninum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Savnið telur uml. 100 uppgávur og til ber at læna tilfar úr savninum. GFSL er stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, og er talan um ein grunn undir MFS. Endamálið við grunninum er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrartýðandi ferðing frá MFS. MFS skipar javnan fyri bæði sosialum tiltøkum so sum dansi, kafékvøldum og veitslum umframt meira fakligu tiltøkini sum kjakfundir, fyrilestrar o.s.fr. Til hesi tiltøk fáa limirnir stóran avsláttur. Kunning og kjak Um summarið verður á hvørjum ella øðrum hvørjum ári skipað fyri sonevndari lestrarstevnu, sum tekur ymisk lestrartengd evni upp. Seinastu árini hava evnini m.a. verið útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum og fyrimunir og vansar við ES-limaskapi fyri smátjóðir. Í 2003 var skráin meira blandað, og e.n. barnaansingarmálið, gransking í Føroyum og “vegleiðing um størv og yrkisleiðir” vórðu tikin upp. Endamálið við lestrarstevnuni er at birta uppundir kjak í føroyska samfelagnum, sum á ymsan hátt eru knýtt at teim lesandi. Eitt av høvuðsøkjunum hjá MFS sum felagsskapi er eisini at vegleiða komandi lesandi, og verður stórur dentur lagdur í hetta arbeiðið. Í hesum arbeiðinum liggur m.a. lestrarkunning á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum, har umboð fyri MFS greiða frá ymsum viðkomandi viðurskiftum. Eisini verður á hvørjum ári skipað fyri sonevndum pisudøgum bæði í Føroyum og í Danmark, sum skulu hjálpa nýggjum lesandi í gongd við lesturin á ymsan hátt. Umframt hetta er blaðið Pisan, sum tú situr við í hondunum, har fokus eisini verður sett á lestrarviðurskifti serliga uttanlands.

Tey, ið manna MFS-ráðið, eru: Katrin D. Apol, formaður Petur Martin Hansen, næstform. Jóhan Pauli Helgason kassameistari Doris Bjarkhamar, skrivari

2

Pisan 2005

Nina Alberg Arge Absalon Eysturoy Dann Jacobsen Sonja Jógvansdóttir

Jákup Sverri Kass Anna Rein

Pisan 2005

75


Hugurin drívur verkið

Katrin D. Apol

MFS er felag teirra føroysku lesandi uttanlands og á Fróð-skapar-setrinum. Síðani 1962 hevur felagið virkað fyri at betra umstøðurnar hjá hesum sam-felagsbólki og virka fyri áhugamálum teirra. Arbeiðið í einum felagsskapi sum MFS byggir fyrst og fremst á idealismu. Eina idealismu um, at tað ber til at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi úti og heima. Og tað ber til! Um tað tó skal sigast, sum tað er, so er tað hugurin, ið drívur verkið, tí arbeiðið í MFS er sjálvboðið og í størstan mun ólønt. Hóast studentapolitiskt arbeiði aloftast er drúgt og kann tykjast sum ein endaleys skáksigling milum fyrisitingarligu myndugleikarnar, so er arbeiðið í MFS-ráðnum persónliga rættiliga mennandi og gleðin ovurhonds stór, tá tú sært, at stríðið ber ávøkst! Endamálið Í lógini hjá felagnum stendur í kap. I, § 2: “Endamál felagsins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum og føroyingar, ið eru í læru

74

Pisan 2005

uttanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra”. MFS er sambindingarliður ella samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum. Í meira enn 40 ár hevur felagið rikið ein miðvísan studentapolitik, sum bæði hevur snúð seg um reint politisk mál og praktiskar limatænastur. Bygnaðurin MFS er ein sonevndur “paraplyfelagsskapur” undir LFÚ, men er sum so ikki knýttur at honum. Felagið er á føroysku fíggjarlógini og fær eina árliga játtan á 200.000 kr. Hægsti myndugleiki er ráðið, sum er sett saman av upp til 11 ráðslimum. Ráðið er, eins og onnur líknandi feløg, skipað við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið virkar sum savningardepil fyri tí arbeiði, ið fer fram í undirnevndunum. Ein ráðsfundur verður hildin um mánaðin, har uppskot og arbeiði hjá nevndunum verða viðgjørd. Nevndirnar Sum so er einki til hindurs fyri at seta á stovn eina og hvørja nevnd undir ráðnum. Sjálvsagt skal endamálið tó vera til frama fyri tey lesandi.

Innihald 1 - Lestrarvalið Hvat vil eg verða? Á lívsins vegamóti Í iva ”Ein stutt, ein long...” Hvørjum hevur tú áhuga fyri? At velja rætt fyrstu ferð Trupla lestrarvalið Vert at vita Týdningurin av lestrarhættum

4 6 8 11 12 14 16 19 20

2 - Praktisk, fíggjarlig og sosial viðurskifti Íbúðarviðurskifti Lesandi við børnum Familju– og lestrarlív Pasta og ketsjupp — ein myta? Stuðulsstovnurin SU-skipanin Arbeiði og SU Føroyafrádráttur Full skattskylda í Føroyum Ráðgevingin fyri føroyingar

22 25 26 28 30 33 36 37 38 39

3 - Lívið sum lesandi (Lestrar)tíðin—njótið hana Lesibólkar Á teknistovu í ”heimsins besta landi” Fróðskaparsetrið— ein føroyskur møguleiki At vera lesandi í Danmark Herskylda At lesa á hægri lærustovni Hví útbúgva seg uttan fyri Danmark? London vs. Keypmannahavn At lesa í Svøríki Reykjavík — mentanarháborg Íslands Lestrarlív í Skotlandi Álistaskúla í Paris Ein øðrvísi lestrarleið USA sum lestrarland Ein heimur á muni Master in Aquaculture í Ås

40 41 43 44 46 49 50 51 52 54 56 58 60 62 64 66 68

4 - Hentar upplýsingar Leinkjur til lærustovnar Leinkjur til bústaðarávísing Bókalisti — bøkur um útbúgving Lestrarvegleiðingar í Føroyum Hentar heimasíður Føroysk feløg uttanlands Hugurin drívur verkið

69 69 70 71 71 72 74

Pisan 2005

3


Hvat vil eg verða? Katrin D.Apol Omanfyri standandi spurning kenna vit óivað øll frá barnaárum, tá vit droymdu um, hvat vit skuldu verða, tá vit fóru at verða stór. Tá vóru tað ofta veruleikafjarir barnadreymar, sum kundu skifta frá einum degi til tann næsta. Áðrenn tú veitst av, upprennur tann dagurin tó, har tú veruliga ert um at vera stór/ur, og tú skalt til at hugsa um hendan spurningin meira seriøst. Tað nyttar lítið at hugsa, at bert tí tær dámar væl at baka pannukøkur, so skalt tú verða bakari, ella at ein lættur pennur ger teg til upplagt blaðfólk. Tað krevur meira umhugsan og onnur førleikakrøv enn so! Á hvørjum ári leita hundraðtals føroyingar uttanlands í útbúgvingarørindum, so tú kanst vera vís í, at tú ikki stendur einsamøll við øllum teim spurningum, sum helst skulu verða svaraðir, áðrenn stóra stigið verður tikið, og áðrenn krossurin verður settur út fyri tínum lestrarvali! Tað er sjálvsagt altíð gott at vita, at onnur eru í somu støðu sum tú, men tað hjálpir tær bara ikki stórvegis, tá stóra avgerðin skal takast, um hvat tú skalt lesa. Hetta valið eigur at verða tikið út frá tær sjálvum, tínum áhugamálum og tínum førleikum sæð í breiðum týdningi.

Í seinasta partinum av Pisuni eru ymisk yvirlit við hentum upplýsingum viðvíkjandi m.a. lestrarvegleiðing, bústaðarávísing, føroyskum feløgum uttanlands o.s.fr. Vónandi fer Pisan at vera tær hent! Blaðið kann nýtast sum uppslagsverk, og er vert at hava við hondina, um ivamál skuldu stungið seg upp. Um tú hevur spurningar um okkurt, ið Pisan ikki viðger, ert tú sjálvsagt altíð vælkomin at seta teg í samband við MFS. MFS er felag teirra føroysku lesandi uttanlands og á Fróðskaparsetrinum, og er mannað av ráðslimum, ið øll eru lesandi og sum tískil hava verið í somu støðu, sum tú ert í nú! Vælkomin og góðan lesihug!

Við Pisuni 2005 vóna vit, at vit kunnu hjálpa tær við at arbeiða teg fram ímóti einum lestrarvali, sum tú kanst liva við. Fyrsti parturin av blaðnum snýr seg nevniliga um sjálvt lestrarvalið, og ymisk viðkomandi viðurskifti í samband við tað verða viðgjørd í hesum partinum. Í øðrum parti verður dentur lagdur á meira praktisk, fíggjarlig og sosial viðurskifti, sum eru hent at hava hampuliga gott innlit í longu áðrenn lestrarbyrjan og møguliga flyting úr Føroyum. Triðji partur av Pisuni snýr seg um eitt rættiliga fjølbroytt úrval av teimum lestrarlondum, har føroyingar eru ella hava verið undir útbúgving. Her verður greitt frá persónligum upplivingum og royndum í einstøku londunum. Hesin partur er ætlaður av geva upplýsing um ymsu lestrarlondini og sjálvsagt eisini at geva tí einstaka íblástur til at velja tað landið, tey hava hug at lesa í.

4

Pisan 2005

Pisan 2005

73


Føroysk feløg uttanlands Føroyingafeløg Føroyingafelagið á Bornholm v/ Tordis Johannessen tlf. 56 97 00 43 Føroyingafelagið í Esbjerg v/ Oddvør Danielsen Danmarksgade 25, Over Gården Føroyingafelagið í Fredrikshavn v/ Ellu Niclasen Markedsvej 19 9900 Fredrikshavn Føroyingafelagið í Hirthals v/ Fridtjolf Torgarð Føroyingafelagið í Horsens v/ Ester Joensen tlf. 75 60 10 52 Føroyskt felag í Hvidovre Norgesmindevej 2, st. th. 2900 Hellerup Føroyingafelagið í Keypmannahavn v/ Tóru Dahl Sandberg tlf. 32 29 74 23

Vestursælandi v/ Ragnhild Sørensen tlf. 57 83 31 96 Føroyingafelagið í Aarhus v/ Marju L. Gjógvará tlf. 61 67 74 81 Meginfelag fyri Føroysk feløg í Danmark. (MFD) v/Elinborg Joensen tlf. 44 97 04 09 Føroyingafelagið Tjaldrið v/ Gert Róðá Solbakken 44 Toksværd 4684 Holme Olstrup Føroyingafelagið í Reykjavík Box 4065 IS-124 Reykjavík Ísland Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg tlf. 98 18 21 95 Føroyskt Felag í Ballerup v/ Elinborg Joensen Tåregårdsvej 29 2750 Ballerup

Føroyingafelagið á Lollandi og Falster Føroyingafelagið í Nuuk Mellemvang 2 tlf./fax 21067 4990 Sakskøbing Føroyingafelagið í Føroyingafelagið fyri Bretlandi-Farbrit Miðvestjylllandi V/Poul Andrias Mikladal v/ Poul Poulsen tlf/fax: 01847 896 699 Højrisvej 1, Asp T-rit: farbrit@aol.com 7600 Struer Onnur feløg Føroyingafelagið í Odense v/ Aref Olsen B – 94 tlf. 66 15 82 89 v/ Jóhannis H. Glerfoss 6700 Esbjerg Føroyingafelagið í tlf. 75 13 45 31 Suðurjútlandi v/ Ednu Poulsen Føroyska Viðskiftastovan tlf. 74 66 66 65 Strandgade 91, 4. hædd 1401 København K Føroyingafelagið á tlf. 32 83 37 70 Suðursælandi v/ Ruth Larsen Føroyska Listafelagið í tlf. 53 38 24 74 Danmark v/ Anniku Brimheim Føroyingafelagið í tlf. 39 27 87 24 Svendborg v/ Gullborg Simonsen Húsakórið tlf. 62 20 90 95 v/ Astrid Viderø Føroyskt Felag á tlf. 39 69 30 96

72

Pisan 2005

Ítróttarfelagið Føroyar www.fotboltur.dk Áhugafelagið ”Neystið” v/ Sylviu Levinsohn 2610 Rødovre tlf. 36 70 94 23 Dansifelagið Fótatraðk v/ Signhild Johannesen Dansað verður annaðhvørt sunnukvøld kl. 18.00 í Føroyahúsinum, Kbh. Talvfelagið v/ Arild Rimestad tlf. 40 63 27 25 Hittast hvørt mánakvøld kl 19.00 í Føroyahúsinum Kvinnufelagið v/ Christin Plate tlf. 45 81 00 49 Lestrarfelagsskapir

Áarstova Vestergade 48D 8000 Århus C tlf. 86 18 06 04 Opið er: Mán.- hós. kl. 16.00-18.00 Fríggjadagsbarr kl. 21-03 Prestur Føroyskur prestur er at hitta mánadag-hósdag kl. 09.00-10.00. tlf. 31 10 81 31 Føroyski skúlin í Keypmannahavn v/ Virgar T. Dalsgaard tlf. 56 38 17 57 Hvønn fríggjadag kl. 16 í Føroyahúsinum Andaligir felagsskapir

MFS—Meginfelag Føroyskra Studenta tlf. 33 25 02 10 www.mfs.fo

Samuelskirkjan Thorsgade 65, Kbh. tlf. 31 85 27 24 Kirkjugongd er hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum, kl. 14.00

FFL—Felag Føroyskra Læknalesandi v/ Absalon Eysturoy tlf. 22 27 09 61

Eliaskirkjubólkurin v/ Atla Rasmussen tlf. 32 96 99 95 www.eliaskirkjan.dk

Jurafelagið v/ Kára Davidsen fo_jura@hotmail.com

Kristnastova v/ Øssur Berghamar tlf. 31 55 18 09 Birmavej 36, 2300 Kbh.S

Stjørnmálafrøðiðslesandi v/ Jóhan Pauli Helgason tlf. 50 50 86 58 VÁS—Verkfrøðingar á Slættanum v/ Kristian Nielsen tlf. 26 21 79 60 Rásin - felag hjá fø. á Film - og Medievidenskab v/ Elin Hentze tlf. 32 68 01 42

Vitin Haurumsvej 35, st. th. 8381 Mundelstrup tlf. 86 24 77 73 Skýlið v/ Jancy Biskupstø Klein 5260 Odense S tlf. 65 95 88 70

Aðrar adressur Føroyahúsið Vesterbrogade 17A 1620 København V tlf. 33 23 15 87 Opið er allar dagar kl. 14.00-19.00 leygardag og sunnudag er stongt.

Pisan 2005

5


Á lívsins vegamóti Fyri nýklaktu pisuna – ella fyri pisuna, ið hevur verið klakt í nøkur ár – kann valið av røttu útbúgvingini tykjast sum ein heldur stórur biti at gloypa. Tey flestu hava gingið í skúla bróðurpartin av lívinum, og tí er hugurin kanska ikki so stórur at fara beint í gongd eftir lokna miðnámsútbúgving. Men tað er aldrin ov tíðliga at byrja at hugsa um framtíðina, hóast tú ikki heilt veitst, hvat tú hevur hug til.

Annika H. Joensen At tosa um røttu útbúgvingina er kanska at taka munnin ov fullan, tí hvør veit at siga, um júst mítt val verður rætt? Ein vil helst velja rætt fyrstu ferð, tí útbúgvingin kemur at hava stóra ávirkan á framtíðina. Valda yrkisleiðin fer í flestu førum at tryggja tær til lívsins uppihald, tá ið tú er kemur út á arbeiðsmarknaðinum eftir ein aloftast drúgvan lesnað. Tey lesandi—íløga ella útreiðsla? Samfelagið ídag leggur serliga stóran dent á vælútbúnað arbeiðsmegi, og ein góð útbúgvingin er vorðin neyðug, um ein á bestan hátt vil fella inn í samfelagið, innan sum uttan fyri danska ríkið. Ein hægri útbúgving er virðismett millum arbeiðsgevarar, og tað skal hon so sanniliga eisini vera. Tey ungu eru ágrýtnari enn nakrantíð og eru ógvuliga málrættað, hvørjum útbúgving viðvíkur, og tey ungu lesandi eiga eisini at vera mett sum samfelagsins íløga til varðveitingina av framtíðar vælferð og øllum tí, ið til hoyrir. Landið gjaldar fyri okkara útbúgving - um so ”lønin” er lág í mun til arbeiðsbyrðuna – til tess at vit eftir lokna lestrartíð væl brynjað kunnu fara út á landsins arbeiðsmarknað og tryggja landsins framtíð. Hóast hetta – fyri okkum heldur einfalda og greiða - faldistykkið, so tykist virðingin fyri okkum lesandi ikki altíð at vera á tí støði, sum vit áttu at kravt. Mangan verða vit av samfelagnum mett sum ein byrða og sum ein útreiðsla, og hetta er at gera okkum órætt – vit eru ein íløga og ikki ein útreiðsla. Hugurin drívur verkið

6

Pisan 2005

Nýklaktu pisurnar hava kanska ikki heilt hugin longu nú at seta seg niður og hugsa um framtíðina – tá ið prógvið er komið í hús, eru dagarnir merktir av veitslum og einum stórum lætta, at próvtøkurnar eru lidnar. Tey flestu hava gingið í skúla í 13 fylgjandi ár og hava nú hug til at halda frí og at sleppa út í verðina at hyggja seg um, langt burtur frá føroyskum stílum, evnafrøðiligum bindingum og týskum bendingum. Onnur hava hug til at fara beinleiðis av landinum í útbúgvingar-ørindum, meðan uppaftur onnur hava hug til at vera heima á klettunum og nema sær útbúgving ella arbeiða. Tað er ymiskt, hvussu fólk og eisini pisur eru hugaðar, men tað er aldrin ov tíðliga at byrja at hugsa um framtíðina. Eingin sigur, at tað skal avgerast her og nú, men ein gott ráð er, at ein tekur sær nakrar tímar burtur úr einum degi og spakuliga roynir at beina hugsanirnar á framtíðina og framtíðarætlanir. Hvussu er hugurin at fara undir hægri lestur? Skal tað vera ein stutt, miðallong ella long útbúgving? Er tað eitt serligt øki, ið eg havi áhuga fyri? Hvørji viðurskifti skulu vera í lagi, áðrenn eg byrji á møguligum lærustovni? Eru eyka próvtøkur ella arbeiðsroyndir kravdar, fyri at sleppa inn? Hugsa teg um longu nú Um tú tíðliga ger tær hesar hugsanir, og serliga um tú finnur útav, at tú ikki hevur kravda miðaltalið at sleppa inn á ynsktu útbúgvingina, so er umráðandi, at frítíðin verður nýtt á bestan hátt. Tørvar tær eyka stig at sleppa inn á dreyma-útbúgvingina, so er vert at leggja næsta árið ella tvey soleiðis til rættis, at tú

Lestrarvegleiðingar í Føroyum Studentaskúlin og HFskeiðið í Hoydølum Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen, Bjørg Róin, Elisabeth Holm og Kaj Alstrup. studentar : tlf. 31 46 09 HF-arar : tlf. 31 86 09 Opið: Mán.-hós.: kl. 12.30 15.20 www.hoydalar.fo Studentaskúlin og HFskeiðið á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Turid Thomsen og Óli Wolles tlf. 44 40 24 Opið: Mánadag: kl. 08.559.40, 10.40-11.25 og 12.45-14.20 Týsdag: 8.55-14.20 Miku– og hósdag: kl. 08:55-9.40 og 13:3514.20 Fríggjadag: kl. 8.559.40 www.shey.olivant.fo Tekniski Skúlin í Tórshavn Lestarvegleiðarar: Lis Helgadóttir Tlf. 31 19 57

(umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týs.: kl. 08:10-11:30 Hós.: kl. 12:10-15:25 www.tst.fo Klaksvíkar HF-Skeið Lestrarvegleiðari: Kári Purkhús tlf. 45 64 12 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týsdag: kl. 09.45 11.45 Hósdag: kl.14.00 – 15.00 Fríggjadag.: kl. 08.4510.45 Tekniski Skúlin í Klaksvík Lestrarvegleiðari: Linjon Jacobsen tlf. 45 63 11 *28 Týsdag: 13.00-15.00 Hósdag: 10.00-12.00 ella eftir avtalu á 214901 www.tsk.fo Miðnámsútbúgvingin í Suðuroy Lestrarvegleiðari: Niels M. Jakobsen tlf. 37 40 11

Opið: Mánadag: kl. 12:1013:00 Týsdag: kl. 11.30 12.35 líka vika Mikudag: kl. 12:3513:30 Fríggjadag: kl. 12.1013.00 ólíka vika ella eftir avtalu www.midnam.fo Handilsskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Maria Gregersen og Karl A. Olsen Tlf. 44 49 00 (umstilling til lestrarvegleiðing) Mánadag: eftir avtalu Týsdag: 9.10-9.55 Mikudag: 13.40-14.25 Hósdag: 9.10-10.45 www.fh.fo Føroya Handilsskúli, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Mina Reinert og Birgir Mortensen tlf. 31 71 41 * 22 Opið: Mána-, týs– og hósdag: kl. 10.00-12.00 Mikudag: kl. 14.0016.00

Fríggjadag: kl. 12.0014.00 www.fh.fo Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Lestrarvegleiðari: Ingunn W. Olsen tlf. 42 45 73 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fiskvest.fo LFÚ-Ráðgevingin, Tinghúsvegur 18, 3.hædd, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin. tlf. 31 50 15 Opið: Týsdag og hósdag: kl. 16.00 - 18.00 www.lfu.fo Altjóða Skrivstovan J.C.Svabosgøta 14 postboks 272 110 Tórshavn tlf. 32 20 65 fax 35 25 01 ask@ask.fo www.ask.fo

Hentar heimasíður Stuðul

Føroyar www.studul.fo Danmark www.su.dk Noreg www.lanekassen.no Svøríki www.csn.se Ísland www.itn.is/lin Finnland www.kela.fi/ opintotuki Grønland www.ghsdk.dk

Lestrarstyrkir Granskingarráðið www.gransking.fo

ASK www.ask.fo/grunnar.html Legat-Info www.legat-info.dk Legatregisteret www.legatregistret.dk Sol http://legater.sol.dk Studerende Online www.so.dk/legat Semikolon www.semikolon.dk

Lestrarvegleiðng www.ivuc.dk www.studietræf.dk www.uvm.dk www.uni-c.dk www.britishcouncil.org/

denmark www.ciriusonline.dk www.ucas.co.uk www.ug.dk www.ansa.no www.braintrack.com Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Á heimasíðuni hjá ASK finnur tú slóðir um útbúgving í øllum heiminum.

Kommunur www.netborger.dk

Pisan 2005

71


Bókalisti – bøkur um útbúgving Um útbúgvingar í Danmark DUEL: Dansk uddannelses og erhvervsleksikon 2004 3 bind Útgivin av RUE– Rådet for Uddannelses- og Erhvervsvejledning. DUEL hevur greinar um arbeiði og útbúgving-ar í Danmark og uttanlands m.a. um au-pair og kibbutz. Bind 1-2 snúgva seg um donsk viðurskifti: kr. 580 (+ moms) Bind 3 snýr seg um útlendsk viðurskifti: kr. 172 (+ moms) Erhvervsnøglen 2005 Aschehoug. Kostnaður 300 kr. Bókin viðger nógvar lestrarviðurskifti.

útbúgvingar

og

Uddannelsnøglen 2005 Útgivin av Aschehoug. Kostnaður 300 kr. Guide til uddannelse Útgivin av Schultz Kostnaður 249 kr. Fá hjálp og íblástur til lestrarvalið. Um útbúgvingar uttan fyri Danmark Job, rejse og uddannelse i udlandet Dorte Klingelhofer. Útgivin av Billesøe og Baltzer, 1996. 176 síður. Kostnaður 128 kr. Rejsebogen 2005 Georg Harmsen. 448 síður. Kostnaður 225 kr.

70

Pisan 2005

í

Læs i udlandet Søren Kristensen. Útgivin av Teknisk Forlag. 183 síður. Kostnaður 51 kr. Bókin til tín, sum vil útbúgva teg heilt ella partvís uttanlands (tvs. ikki í DK) “Guardian” university guide Útgivin av Atlantic Books, 2003. 512 síður. Kostnaður 209,95 kr. Vegleiðing um hægri útbúgving í Bretlandi.

ymisk

Hvad kan jeg blive 2005 Útgivin av Politikens Forlag. 1008 síður. Kostnaður 369 kr. Hetta verk er sera hent og hevur yvir 1.000 útbúgvingar og arbeiði. Eisini verður danska útbúgvingarskipanin lýst umframt góð ráð um t.d. fíggjarlig viðurskifti undir lestri. Karriere vejviser 2005 Útgivin av MoveOn! A/S 288 síður. Kostnaður 98 kr. Ein bók um lestrar- og útbúgvingarvalið. Sí eisini www.karrierevejviser.dk

Útgivin av Forlaget Nuna, 2005. Arbeiðs-, lestrar- og uppihaldsmøguleikar útlandinum. Sí eisini www.rejsebogen.dk

Um SU

samlar tær neyðugu stigini at sleppa inn, t.d. við at ferðast, fara á háskúla ella á kibbutz. Kunna teg um krøvini á útbúgvingarstaðnum, soleiðis at tú hevur møguleika at sleppa inn, tá ið útferðar-hugurin er mettaður. Um tú ikki heilt veitst, hvat tú kundi hugsað tær av útbúgving, er eitt gott ráð at royna teg í ymsum arbeiðsumhvørvum, soleiðis at tú kanska kanst útiloka nøkur øki ella finna dreymaútbúgvingina. Út í víðu verð Um tú ætlar tær at lesa uttan fyri danska kongaríkið, kann umsóknartíðin gerast drúgvari enn í Føroyum ella í Danmark. Ymisk skjøl skulu fáast til vega, umframt at avgreiðslutíðin aloftast gerst eitt sindur longri í mun til útbúgvingar innan ríkisfelagsskapin. Tíbetur eru møguleikarnir hjá okkum føroyingum alsamt batnaðir, tá talan er um at nema sær útbúgving uttan fyri Danmark. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, tí hvørt ár veksur talið á føroyingum, ið leita sær longri út um landoddarnar enn til Danmarkar. Góðu møguleikarnir fyri fíggjarligum stuðuli ger, at dyrnar til útheimin opnast, og er hetta ein sera

týdningarmikil liður í útbúgvingini av okkum ungu. Tað ger, at sjónarringurin víðkast, umframt at upplivilsi av fleiri mentanum einans kann gerast ein styrki seinni í lívinum. Lestrartíðin—besta tíðin! Lestrartíðin er besta tíðin í lívinum, so gleðið tykkum til at byrja uppá næsta kappittul. Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit gera av, hvør útbúgvingin og yrkisleiðin verður, og minnist til, at útbúgvingin gevur okkum avgerandi fakliga førningin í lívinum, umframt í stóran mun at menna okkum og styrkja okkum til lívsins avbjóðingar.

SU-loven med kommentarer Útgivin av Jurist– og Økonomforbundet. Lone Basse, Gerd Kelstrup Hansen og Pernille P. Preisler. 271 síður. Kostnaður 764 kr. Um lestrarstyrkir Legathåndbogen for uddannelse 2004 Berrit Jylling og Per Billesøe, 2004. Útgivin av Billesøe & Baltzer. CD-ROM 198,- kr. Legathåndbogen med kollegier for alle uddannelsessøgende Per Billesøe. Útgivin av Billesøe og Baltzer, 2005 264 síður. Kostnaður 218 kr. Kraks fonde og legater 2004/ 2005 Útgivin av Mekato. 722 síður. Kostnaður 960 kr. Yvirlit yvir grunnar og lestrarstyrkir. CD-ROM, 2004: 845,- kr. Vejviser til legater og fonde 2004. Útgivin av Billesøe & Baltzer. 648 síður. Kostnaður 845 kr. CD-ROM: 845,- kr.

Pisan 2005

7


Í iva

Leinkjur um útbúgving

Kanska ert tú ein teirra, ið longu frá barnsbeini hevur vitað, hvat tú skuldi verða, ”tá tú bleivst stór/ur”. So ert tú heppin, tí mong eru tey, ið sita líka til umsóknarfreistin er um at vera úti og grópa í tonkunum, meðan tey bíða eftir, at rætta valið skal renna fram fyri tey. Her er eitt uppskot til tín, sum ert í iva, men eisini til tín, sum longu heldur teg vita, hvør útbúgvingin skal vera. Týdningarmikið er nevniliga at seta seg væl inn í, hvat ymsu útbúgvingarnar innibera.

1

Púrasta á berum Tú hevur ikki ánilsi fyri, hvat tú skalt velja, og veitst ikki um tað skal verða fuglur ella fiskur! Fyrsta stigið kann tá vera at tú gert tær greitt, hvat tú í hvussu so er ikki hevur hug til. So er gongd komin á. Kanska veitst tú longu, hvar í heiminum tú kundi hugsað tær at lisið. Brúka tá alnótuna ella læn bøkur á bókasavninum um útbúgvingar og útbúgvingarskipanir í ymsu londunum. Um tú ikki veitst, hvar útbúgvingin skal takast, er best at lesa breitt og seta sær nógva tíð av til kanningararbeiði – tað er jú eitt rættiliga týdningarmikið val, ið tú stendur yvirav. Minst til, at avgerðin er tín! Sjálvt um mamma tín kanska fegin vildi sæð teg sum lækna, so er tað tú, ið skalt liva við valinum.

Føroyar Lesandi.fo — www.lesandi.fo Heimasíða fyri lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum, m.a. við hentum upplýsingum um hægri lesnað í Føroyum. www.setur.fo Danmark www.optagelse.dk Her kanst tú søkja um upptøku á hægri útbúgvingarstovnum Undervisningsministeriet — www.uvm.dk Henda heimasíða hevur yvirlit yvir allar útbúgvingar og útbúgvingarstovnar í Danmark. www.ug.dk www.sektornet.dk Svøríki Studentguiden — www.studentguiden.com Hent heimasíða hjá teimum, ið ætla sær til Svøríkis at lesa. www.vistas.nu www.studera.nu Noreg Utdanning.no — www.utdanning.no

2

Les breitt Kundi tú hugsað tær eina langa útbúgving ella eina stutta, eina teoretiska ella møguliga heldur eina meira praktiska... Gott er at hugsa breitt, so ger tær greitt, hvørt tað er náttúruvísund, mál ella møguliga samfelagsviðuskifti, ið hava tín størsta áhuga. Les um allar útbúgvingar undir tínum áhugaøki, soleiðis at tú ikki av óvart vrakar eina útbúgving, tú ikki kennir. Lestrarvegleiðingar eru á øllum miðnámsskúlunum í landinum, umframt hjá LFÚ og á Altjóða Skrivstovuni. Leita tær hjálp hjá teimum, tey kunnu beina teg inn á eina kós, geva tær góð ráð og møguliga hjálpa tær at velja eini 8-10 útbúgvingar burtur úr rúgvuni.

3

8

Pisan 2005

Ísland Félagsstofnun Stúdenta — www.fs.is Heimasíða við leinkjum til hægri lærustovnar í Íslandi. www.ask.hi.is Stóra Bretland Education UK — www.educationuk.org Heimasíða, ið serliga er ætlað altjóða lesandi, ið kundu hugsað sær at farið undir hægri lesnað í Stóra Bretlandi — við leinkjum til bretskar lærustovnar. Evropa Ploteus — www.europa.eu.int/ploteus Umfatandi heimasíða við upplýsingum um útbúgvingarmøguleikar í evropeisku londunum. Kring allan heim Braintrack—www.braintrack.com Fleiri enn 7.400 leinkjur til hægri lærustovnar í 192 londum. www.studyabroad.dk

Leinkjur til bústaðarávísing Bústaðarviðurskiftini eru ymisk alt eftir hvat land, talan er um. Her er eitt stutt yvirlit yvir nakrar hentar heimasíður viðvíkjandi bústaði. Norðurlond Fõreningen Nordiska Studentbostãder www.nsbo.org Danmark www.ungdomsboliger.dk

Kanna einstakar útbúgvingar Les meira gjølla um tær 8-10 útbúgvingarnar, sum nú eru eftir. Leita á heimasíðuni hjá útbúgvingarstovnum og finn fram til, hvussu útbúgvingarnar eru skipaðar. Nakrar útbúgvingar eru uppbygdar á tann hátt, at tann lesandi í stóran mun sjálvur velur lærugreinar og skeið. Eisini ber til at lesa meira enn eitt fak á ávísum lærustovnum, soleiðis at talan kann vera um høvuðsfak og síðufak. Aðrastaðni er útbúgvingin meira fastløgd frá byrjan og tú lesur bert eitt fak. Ger tær greitt, um undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, floksundirvísing ella mesti denturin verður lagdur á bólkaarbeiði.

Yvirlit yvir fleiri hægri útbúgvingarstøð í Noregi. www.ped.lex.no

Svøríki www.studentbostaden.se www.syoguiden.com Noreg www.student.no www.utdanning.no Ísland Félagsstofnun Stúdenta:www.studentagardar.is Háskólinn á Akureyri: www.unak.is Iðnnemasamband: www.insi.is

Finnland www.soa.fi/swe Stóra Bretland www.Studentaccommodation.com Student UK — www.StudentUK.com Support for learning — www.support4learning.org.uk Írland Education Ireland — www.educationireland.ie Týskland Deutsches Studentenwerk — www.studentenwerke.de USA USA Study Guide — www.usastudyguide.com

Pisan 2005

69


Master in Aquaculture í Ås Allar umsóknir til lesnað fara ígjøgnum Samordna Opptak. Fert tú inn á heimasíđuna www.samordnaopptak.no fært tú hópin av upplýsingum. Eisini kanst tú fáa tilsent pappírsútgávuna Søkerhandboka. Freistin at søkja er 15. apríl. Vert er at leggja til merkis, at Noreg hevur annan bygnað enn Danmark, tá talan er um karakterskala. Men á áðurnevndu heimasíđu er ein umroknari til danskan standard. Vanliga verður krav sett til Generell Studiekompetanse. Hetta er rætt og slætt Handilsskúla, studentsella HF-prógv, HFX ella líknandi. Hevur tú tey fak, sum skulu til fyri at koma inn á hægri lærustovn í Danmark, so ert tú eisini kvalifiserað/ur til norskar lærustovnar.

Regin Arge Eg havi altíð havt áhuga í fiskivinnu og serliga aling av fiski. Noreg stóð fyri mær sum eitt land við møguleikum fyri víðari lestri. Hevði hoyrt um aðrar føroyingar, sum høvdu verið har og prát við fólk við skili fyri fiski gjørdi, at eg fór at kanna hetta nærri. Kundi valt, at lisið biologi t.d. í Keypmannahavn, men fann líkasum ikki koblingina til fiskaaling ella fiskivinnu/alivinnu har. Lestrarvegleiðarar í Føroyum vistu ikki nógv um lesnað í Noregi, men fór eg til Danmarkar, kundi eg fáa ”pakkan” við allari vegleiðing um, hvussu farast skuldi fram, stuðul osv. Fór sjálvur á netið og sá, at eg kundi fáa júst somu útbúgvingar í Noregi sum í Danmark ella aðrastaðni. Noreg hevur eins og Føroyar langar tradisjónir innan fiski- og alivinnu, og eru tí nógvar útbúgvingar rættaðar júst at hesum. Norsk marin-gransking er altjóða á høgum støði. Ein kann velja at fara norður til Tromsø, suður til Oslo ella mitt í millum - til býin flestu føroyingar helst kenna best, Bergen. Tað finnast sjey universitet í Noregi spjadd um alt landið. Búgvi nú við konu og tveimum børnum og lesi nú á øðrum ári Master in Aquaculture á UMB (Universitetet for Miljø og Biovitenskap ) í Ås, 30 km. sunnan fyri Oslo, og er tað ein útbúgving innan føðslu/fóður, kynbótararbeiði av laksi og øðrum sjófiskasløgum. Útbúgvingin er mær sera áhugaverd og viðkomandi. Lestrarumhvørvið er frálíkt og fer stór gransking fram her innan fleiri vinnugreinar so sum djóra- og fiskaaling, matvørur, matematikk, fysikk, biologi, genetikk, geologi og botanikk. Hvat kanst tú lesa í Noregi?

68

Pisan 2005

Lestrarstuđul. Lesur tú í Noregi fært tú danskan SU. Á heimasíðuni hjá SU stendur at lesa um hetta undir lesnaði í útlandinum. Leggjast skal til merkis, at tú mást fáa útbúgvingina góðkenda av SU, um vilt hava studning. Hetta er ikki nakar trupulleiki, so leingi útbúgvingin svarar til danskar útbúgvingar. Eisini mást tú frítakast fyri skatt – vanliga í Frederiksberg Kommunu. Tá tú ert í gongd við lesnaðin, mást við byrjan av hvørjari lestrarhálvu senda inn váttan um, at tú ert aktiv/ur í lesnaðinum. SU verður ikki sent til norskar peningastovnar, men føroyskir eru í lagi. Haðani kan stuðulin sendast til tína norsku konto. Hvussu er í Noregi ? Eg haldi ikki, tað var nakað kultursjokk fyri okkum at flyta til Noregs. Málið er lætt at skilja, hóast tær nógvu dialektirnar. Tosar ein danskt uttan tað bleyta, ella ”gøtudanskt” og tvinnur nøkur norsk orð, sum ein kemur eftir, uppí – ja, so tosar tú norskt. Ein verur góðkendur sum eitt slag av systkinabarni til norðmenn og halda norðmenn, at tað er ógvuliga forkunnugt at møta einum føroyingi, eftirsum vit ikki eru so nógv í tali. Men norðmenn kenna til Føroyar, og havi eg møtt nógvum, sum kenna onkran føroying ella sjálvi hava verið har, ella kenna ein, ið hevur verið í Føroyum. Noreg er eitt stórt og vakurt land og eru norðmenn ernir av tí. Her eru nógvir møguleikar at íðka ítrótt og annað. Kanska serliga eru útiítróttir væl dámdir. Fólk brúka nógv náttúruna – fara ”på tur”, antin til gongu ella ski og er ”hyttetur på fjellet” vanligt. Vit trívast væl her og kann eg viðmæla, at kanna møguleikarnar fyri lesnaði í Noregi.

4 5

6 7

Førleikar Áðrenn tú rættiliga fert í gongd við fínsorteringina, er tað eitt gott hugskot at venda eygunum í móti tær sjálvum. Hugsa um, hvørjir tínir persónligu førleikar eru—bæði teir sosialu og teir fakligu—tí hesir kunnu vera avgerandi fyri, hvussu títt temperament hóskar til skipanina av lestrinum. Um tú ongantíð hevur havt hug til bólkaarbeiði, nyttar ikki nógv at velja eina útbúgving á einum lærustovni, sum einans skipar undirvísingina sum arbeiði í bólkum. Summir lærustovnar hava eisini lítla undirvísing, og tá er gott at vita við tær sjálvum, at tú hevur bindindi ella sjálvdisiplin til at so at siga skipa tín egna lestrardag.

Hvat krevst? Av teimum 8-10 útbúgvingunum, eru nú kanska bara 4-6 útbúgvingar eftir. Kanna hvat krevst fyri at sleppa inn, og finn út av, um tú hevur neyðugu fakini? Um ikki, skalt tú ikki fella í fátt, tí tú kanst altíð taka tey vantandi fakini sum einkultfak á einum suppleringsskeiði. Um tú ikki hevur nóg góðan miðalkarakter, er møguligt at tú kanst søkja inn upp á annað so sum arbeiðsroyndir, háskúlauppihald o.s.fr. ella tað, sum í Danmark verður nevnt kvota 2. Hendan umsóknarfreistin er ikki altíð hin sama sum um tú bert søkir inn upp á karakterirnar, so neyðugt er at kann hetta frammanundan. Onkrir lærustovnar taka eisini upp út frá eini ella fleiri upptøkuroyndum.

Seinastu kanningarnar Ring ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og bið um tilfar um útbúgvingina. Hav í huganum at talan er um reklamutilfar frá stovninum, so kanska kundi verið gott at fingið samband við onkran lesandi á útbúgvingini, sum kundi givið tær eina meira objektiva mynd av, hvussu tað er at lesa júst ta útbúgvingina. Tey lesandi kunnu eisini geva tær eina greiða mynd av gerandisdegnum, arbeiðsbyrðuni, undirvísarum og staðnum annars. Um tú ikki kennir nakran, sum er í gongd við útbúgvingina, kanst tú royna at seta teg í samband við MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran.

Avgerðin Eingin ivi skal vera um, at hetta er eingin løtt avgerð at taka. Tó er hetta ein avgerð, sum tú noyðist at taka, um tú ætlar tær undir víðari lesnað. Hvussu raðfestingin á umsóknarblaðnum skal vera, er bert upp til tín. Lat ikki eina bráða avgerð stýra framtíð tíni. Tí sjálvt um tað eitt nú kann vera stuttligt at sita og uppbyggja eina heimasíðu, er ikki vist, at teldutøkni er títt umráði og tað økið, tín framtíð skal byggja á. Gott er at skriva meira enn eina útbúgving á umsóknarblaðið, ella at skriva ymsar lærustovnar, sum bjóða somu útbúgving. Tí um tú ikki sleppur inn á fyrsta valið, verður umsóknin gjørd virkin á teirri útbúgvingini, tú hevur raðfest á øðrum plássi. Minst til at vera í góðari tíð, tí ofta eru ymisk skjøl, ið skulu sendast við umsóknini. Um tú ikki sleppur inn fyrstu ferð, er ikki neyðugt at falla í fátt. Finn út av, hvussu tú kanst savna tær stig, soleiðis at møguleikarnir at sleppa inn seinni verða betri. Góða eydnu.

Pisan 2005

9


er lættast at ferðast um markið til eitt av grannalondunum, áðrenn teir tríggir mánaðir eru farnir og so ferðast inn um markið aftur. So kanst tú vera í Peru tríggjar mánaðir afturat. Íbúð Tað er ikki ringt at finna eina íbúð í Lima. Tú kanst finna eina góða íbúð fyri umleið 900 kr. um mánaðin. Íbúðirnar eru ikki heilt so modernaðar, men tað venur tú teg við. Tað er lættari at búgva á einum bíligum hotelli fyrst og so finna eina íbúð enn at royna at finna eina um internetið. Her er neyðugt at síggja, hvat tú fært fyri pengarnar, áðrenn tú skrivar undir ella rindar. Pontificia Universidad Catolica del Perú í Lima, sum hevur eina samstarvsavtalu við Københavns Universitet, bjóðar uppihald og mat tríggjar ferðir um dagin hjá vertsfamiljum fyri umleið 2100 kr. um mánaðin, so tað er eisini ein møguleiki.

flutti úr Føroyum. Eg las sjálvandi bløðini og visti um ruðuleika og armóð í øðrum londum, men eitt er at “vita um” - annað er at síggja, føla og skilja. Tað er hart at vaksa upp í okkara trygga og ríka fjallalandi og so flyta til eitt stað, har børn bidda í gøtunum og sniffa lím fyri at gloyma, at eingin leggur nakað í, um tey liva ella doyggja. Tað er hart, men eg haldi tað er neyðugt. Ikki bara tí at tað ger tað torførari at sita hendur í favn og síggja verðina gjøgnum sjónvarpsskíggjan, men eisini tí at tað fær okkum at seta prís uppá tað, vit hava. Lima er tó ikki bara ein skúli í órættvísi og armóð, men eisini í lívsgleði. Tónleikur hoyrist allastaðni allan dagin, og fólk nýta hvørt høvi til at syngja og dansa uttan at hava drukkið seks veðrar fyrst! Fólk her eru sum heild eisini ógvuliga blíð og vilja sleppa at taka teg til sín, tá tú, stakkalin, nú ert so langt vekk frá familjuni. Sjálvandi ber tað eisini til at ferðast gjøgnum Suðuramerika og síggja alt, eg havi nevnt. Men tá tú lesur saman við fólki her frá, kjakast við tey og lærir gerandisdag teirra at kenna, fært tú nógv størri innlit í hetta ótrúliga ríka, men fløkta samfelagið. VISA Ferðandi úr Føroyum og ES kunnu vera í Peru í tríggjar mánaðir uttan serligt loyvi. Tað er ikki ringt at fáa visa sum lesandi, men tað kann taka langa tíð. Tað er ógvuliga umráðandi at søkja um hetta visa á peruviansku sendistovuni, áðrenn tú fert avstað. Um tú bara ætlar at vera í Peru í eitt hálvt ár,

10

Pisan 2005

Fígging Tað er ikki ókeypis at lesa í Peru. Her er tó nógv bíligari enn í USA ella Onglandi, men um ÚSUN ikki góðkennur lesturin, er neyðugt at gjalda. Kostnaðurin broytist alt eftir universitetinum og lærugreinini. Eg søkti um at fáa útbúgvingina hjá mær góðkenda til SU, og tað fekk eg. So ÚSUN rindaði skúlagjaldið, og eg fekk SU til livikostnaðin. SU røkkur nógv longri her niðri enn aðrastaðni, so sjálvt um tað eru útreiðslur í samband við flogferðaseðilin og tryggingina, er tað ikki dýrt at lesa her. Samanumtikið Eg ráði øllum, sum eru blivin forvitin av at hava lisið hesa greinina og halda, tey kunnu læra at liva við kaotiskari ferðslu og køldum vatni í krananum, at lesa í Lima. Tað kann kanska vera ringt at hugsa sær at taka eina heila útbúgvingin her, men tað er ein avbera góður møguleiki at lesa her eitt hálvt ella eitt heilt ár. Nógv meira er, eg kundi greitt frá, men nú er plássið uppi. So um tú vilt vita meira, kanst tú skriva til mín ella leita á heimasíðunum hjá universitetunum: Pontificia Universidad Católica del Perú: www.pucp.edu.pe Universidad Nacional Mayor San Marcus: www.unmsm.edu.pe Universidad del Pacífico: www.up.edu.pe Universidad Peruana de Ciencias Aplicadas: www.upc.edu.pe Upplýsingar fyri lesandi í Peru: www.universia.edu.pe Marita Thomsen: marita_thomsen@hotmail.com

Pisan 2005

67


Ein heimur á muni Marita Thomsen Tað eru 10188.94 km og sjey tímar millum Tórshavn og Lima í Peru. Tó er munurin millum Føroyar og Peru so stórur, at talan kundi verið um ymiskar gongustjørnur. Tøkini í Lima eru fløt, mánin liggur á liðini, marsvín eru døgurðamatur, og bussarnir hava ikki koyriætlan, men heldur ein mann, sum hongur í hurðini og rópar, hvar leiðin gongur! Jú, nógv er øðrvísi og kanska ræðandi her niðri, men nú havi eg verið her í fýra ár, so tað sær út til, at eg trívist væl. Súrt og søtt Tað er næstan ógjørligt at lýsa eitt land í fáum orðum, ið er umleið túsund ferðir so stórt sum Føroyar... Peru er eitt ómetaliga ríkt land, bæði í mentan og náttúru, merkt av stórum stættarmuni og trupulleikum, men við ótálmaðari lívsgleði og blíðskapi. Tað fyrsta, sum ofta kemur til hugs, tá ið vit tosa um Suðuramerika, er trygdin - ella vantandi trygdin. Øll hava hoyrt ávaringar um lummatjóvar og tað, sum verri er. Tó kann eg siga frá, at eftir fýra ár hevur bara ein tjóvur roynt at stjala fartelefonina hjá mær. Eg haldi meg vita, at sovorðið hendir eisini í Keypmannahavn. Sjálvandi er ikki so trygt í Lima, sum í evropeiskum stórbýum. Men um tú ert varin og fylgir góðu ráðunum frá teimum, sum kenna býin, nýtist einki at henda tær. Tað er avgjørt neyðugt fyrstu tíðina at hava samband við onkran, sum kennur býin. Eingin ferðaætlan er til bussarnar, eingin bústaðarskrivstova og eingin faldari við góðum ráðum um, hvussu tú sleppur undan lummatjóvunum. Nógv er at fylla frítíðina við. Her eru bílig skeið í øllum frá matgerð og fotografi til peruvianskar dansir. Í Lima ella tætt við Lima íðka fólk forkunnugar ítróttargreinir so sum surfing, rafting og parapenting - og sjálvandi ber eisini til at sparka ella spæla flogbólt. Um tú brennir fyri at gera nakað við neyðina, sum er ógvuliga sjónlig í gøtunum, eru nógv støð, har tú kanst vera við í hjálpararbeiði fyri børnum, ungum, gomlum, sjúkum, osfr. Býarlívið er nakað heilt fyri seg. Eitt ótal av framsýningum, konsertum og sjónleikum eru at fara til. Her er ógvuliga bíligt at eta úti, og tað er eisini bíligt at fara út at dansa. Tann stóri stættarmunurin og ymisku mentaninar, sum renna saman í Lima, gera, at her eru diskotek fyri einhvønn pengapung og smakk. Sjálv haldi eg tað vera synd at vera í Suðuramerika og

66

Pisan 2005

dansa techno í staðin fyri salsa, men tað ber til. Peru er nógv meira enn Lima: her eru oyðimerkur, strendur, Andesfjøllini, frumskógur, Titicaca vatnið... Tað er bíligt at ferðast, og landið er vakurt. Vegir og hotell eru tó ikki altíð í so góðum standi, men tað má bara takast við í ævintýrið. Málið Tað ber illa til at lesa í Peru, um tú ikki tosar spanskt. Tað verður undirvíst á sponskum í øllum lærugreinunum á hægru lærustovnunum. Tað merkir ikki, at tú noyðist at tosa flótandi spanskt, áðrenn tú fert avstað. Tað er møguligt at ferðast til Peru, áðrenn universitetið byrjar og lesa spanskt fyri útlendingar eina tíð. Sjálv havi eg lisið til bachelor í umseting og tulking á ESIT (Escuela Superior de Traducción e Interpretación de Lima). Tað var hart at skula lesa og skriva á sponskum á universitetsstøði, men einki er ógjørligt! Lesturin Í Peru eru nógv universitet, og stórur munur er á dygdini á undirvísingini. Tey mest viðurkendu universitetini eru tó á heilt sama støði sum í Evropa. Eg tori næstan at siga, at støðið viðhvørt er hægri, av tí at tey flestu góðu universitetini her eru privat og noyðast at nøkta krøvini hjá “kundunum”, teimum lesandi. Tí hava tey sum heild væl fyrireikaðar professarar og seta strong krøv til arbeiði hjá næmingunum. Tað er tí ógvuliga umráðandi at velja tað rætta univeristetið. Tíverri eru treytirnar ikki tær somu fyri allar lærugreinir. Umstøðurnar at lesa náttúruvísindaligar lærugreinir so sum alisfrøði og lívfrøði eru ikki góðar. Her vantar tøkni og fígging. Sama ger seg galdandi fyri teldufrøði. Hinvegin eru fyritreytirnar ógvuliga góðar at lesa samfelagsfrøði, fornfrøði, mannfrøði, búskap, spanskar bókmentir og tílíkt. Her ber til at kanna við egnum eygum fleiri fyribrigdi, sum standa í bókunum: Inkatoftir, siðvenjuna hjá ymiskum ættarbólkum í frumskóginum, o.s.fr. Harafturat eru sjónarmiðini hjá professarum og granskarum her ofta øðrvísi enn tey hjá vesturlendsku starvsfeløgum teirra. Eitt er tað, sum føroyingar hugsa um grindadráp, annað er tað, sum útlendingar hugsa. Eitt er tað, sum vesturlendingar hugsa um menning, og annað er tað, sum fólk í menningarlondunum hugsa. Lærdómur fyri lívið Eg skilti ikki, hvussu ójavnt er býtt, fyrr enn eg

”Ein stutt, ein long...” Ymiskt er, hvussu hugurin er at fara undir hægri lesnað – summi vilja út á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, meðan onnur hava hug at geva sær góðar stundir við lesnaðinum. Tað er alneyðugt at velja eina útbúgving, ið hóskar til tín tørv, bæði viðvíkjandi fakliga innihaldinum, men sanniliga eisini viðvíkjandi longdini á útbúgvingini. Annika Helgadóttir Joensen Í Norðurlondum kunnu útbúgvingarnar bólkast í 3 bólkar: Stutt Hægri Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Útbúgving. Stutt Hægri Útbúgving (SHÚ) Stuttu hægru útbúgvingarnar hava antin eina miðnámsútbúgving ella eina arbeiðsútbúgving sum grundarlag. Útbúgvingarnar eru ástøðiligar, men við tí verkliga fyri eygað. Hesar útbúgvingar eru vanliga 2-2½ ár til longdar. Dømi: Ítróttarlærari, byggiteknikkari,

datamatikari, laborant og marknaðarføringsøkonom Miðallong Hægri Útbúgving (MHÚ) Miðallongu hægri útbúgvingarnar eru sonevndar professiónsútbúgvingar, ið venda sær ímóti einum serligum starvi. Upptøkutreytin er lokin miðnámsútbúgving á summum útbúgvingarstøðum verður tú tó eisini upptikin, hóast tú ikki hevur miðnáms-prógvið, men viðkomandi arbeiðsroyndir. Útbúgvingarnar taka 3-4 ár, og eftir lokna útbúgving kanst tú fleiristaðni kalla teg professiónsbachelor. Hetta er ein nýggj skipan, ið skal gera tað lættari hjá fólki við MHÚ at fara undir longu hægru útbúgvingarnar, uttan at tað er neyðugt at byrja umaftur. Eitt dømi eru sjúkrarøktarfrøðingar, ið nú kunnu gerast jarðarmøður eftir tveimum árum. Dømi: Fólkaskúlalærari, sosialráðgevi, fjølmiðlafólk, fysioterapeut og sjúkrarøktarfrøðingur Long Hægri Útbúgving (LHÚ) Longu hægru útbúgvingarnar taka fimm ár ella meiri. Tær eru samansettar av einum bachelorparti, ið tekur 3 ár, og einum kandidat-parti, ið er minst 2 ár til longdar. Flestu velja at taka báðar partar av útbúgvingini, av tí at lokin bachelor-partur í flestu førum “bert” gevur tær førleikan at undirvísa. Útbúgvingarnar eru grundaðar á gransking, og hevur hetta við sær, at ein partur av lærarunum á lærustovnunum bæði granska og undirvísa. Dømi: Samfelagsfrøðingur, arkitektur, sálarfrøðingur, sniðgevi og tannlækni Sí fleiri dømi um ávikavist SHÚ, MHÚ og LHÚ á s. 10-11.

BD

Pisan 2005

11


Mál

Undirvísing og miðlan

SHÚ -

SHÚ -

MHÚ Málslig bachelorútbúgving innan vinnu Teknmáls- og MHS-tolkur

MHÚ Bókavørður/Bókasavns- og kunningarvísund Fólkaskúlalærari Savnvørður Lærarabachelor í støddfrøði, alis- og evnafrøði Pedagog Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚ Amerikanskt Arabiskt Asiatisk mál Málslig kandidatútbúgving innan vinnu Europeisk mál

LHÚ Fornfrøði Audiologopædi Danskt/bókmentavísund Heimsspeki Søga Klassisk filologi Listasøga Átrúnaðarsøga Retorik Guðfrøði Egyptologi Eystureruropa-lesnaður

Byggilist og bygging SHÚ Byggiteknikkari Kort- og landmátingarteknikkari MHÚ Bygningskonstruktør Diplomverkfrøðingur innan bygging LHÚ Arkitektur Sivilverkfrøðingur innan bygging Hortonom Landslagsarkitektur Landmátari

Hvørjum hevu

Á landi, í vatni og í luftini SHÚ Flogskipari Transportlogistikari MHÙ Flúgvileiðari – sivilur Hernaðarflúgvileiðari Maskinmeistari Løgreglufólk Skipsyvirmaður

Trúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin e óteljandi, og ætlanin er, at tú sjálv/ur skalt hugsa víð Útbúgvingarnar eru býttar upp eftir longd, tvs. SHÚ Útbúgving, Miðallong Hægri Útbúgving og Long Hægri Sí eisini www.finddinuddannelse.dk og www.uddann

Samfelag og búskapur

LHÙ Yvirmaður ”af linien” Hernaðarflogskipari

Náttúra og djór SHÚ Fiskivinnuteknologur Landbúnaðarteknologur MHÚ Skógar- og landslagsverkfrøðingur LHÚ Agronom Forstkandidat Djóralækni Hortonom Búskaparfrøðingur innan jarðarbrúk Landslagsarkitektur

12

Pisan 2005

SHÚ Ognaseljari Finansøkonom Reiðaríútbúgvingin Grannskoðari Toll og skatt MHÚ Sosialráðgevi LHÚ Fólkalívsfrøði Løgfrøði Sosiologi Stjórnmálafrøði/samfelagsfrøði Búskapur

“óviðkomandi” lærugreinarnar, eg tók, í veruleikanum vóru alneyðugar hjá einum búskaparfrøðingi, so eg fekk SU frá fyrsta degi. Góðkenning frá SU er sum oftast eisini ein treyt fyri at fáa ÚSUN, útbúgvingarstuðul uttanfyri Norðurlond, frá Stuðulsstovninum. Lesnaður í USA er heilt kostnaðarmikil, og ikki ber til at lesa á teimum betru og meira kostnaðarmiklu lærustovnunum uttan stuðul av onkrum slag. Eg gjaldi umleið $40.000 um árið í skúlagjaldi, og í 2002 svaraði tað til einar 350.000 kr. Eg var tó so heppin at fáa næstan fult scholarship frá sjálvum skúlanum, so eg gjaldi í veruleikanum ikki stórt meira enn 20.000 kr um árið; so hóast ÚSUN-gjaldið fyri stuttum hækkaði upp í 120.000 kr., er tað tí neyðugt at finna útav, um tann ávísi skúlin letur figgjarligan stuðul til altjóða næmingar, áðrenn ein søkir um upptøku. Sosiali parturin av lestarlívinum í USA er eisini rættiliga sermerktur. Skúlin hjá mær setir sum treyt, at allir næmingar búgva á sjálvum skúlanum, á “campus”, tað fyrsta árið. Universitetið er í stóran mun eitt hugtak í USA. Skúlarnir hava høli til undirvísing, gransking og umsiting savnað á einum stað, og so liggja lestrarbústaðir, ítróttarhallir og matstovur spjatt innímillum. Handlar, ferðastovur og skraddari eru á sjálvum skúlanum, og MIT hevur enntá egna bussleið, politistøð, sløkkilið og sjúkrahús. Tað kunnu tískil saktans ganga vikur, uttan at ein er noyddur at fara av skúlanum, og á tann hátt liva lesandi ofta í einum avbyrgdum heimi uttan stórvegis samband við útheimin. Fyrsta árið búði eg í einum kollegii, 5 min. frá sjálvum undirvísingarhølunum, og hóast eg nú eri fluttur inn í eitt fraternity eitt sindur longri burturi, havi eg enn ikki tørv á at keypa mær súkklu ella busskort. Lívið í einum fraternity er júst sum í filmunum, næstan. Veitslurnar eru ikki heilt so villar, sólin skínur ikki hvønn einasta dag, og eg havi enn ikki sæð nakran hópdrápsmann. Harafturímóti hava vit okkara egna, loyniliga “handshake” og loyniorð, og vit hava fundir úti í einum myrkum skógi á midnátt, ílatin svartar kappar við hettu. Sosiala lívið á MIT snýr seg fyri tað mesta um húsið, ein býr í, og tey, ein býr saman við. Av tí at øll taka so nógvar ymiskar lærugreinir, og av tí at hvør einasti næmingur setir sítt egna skema saman eftir egnum áhuga, fær ein ikki eitt tætt samband við tey, sum ein lesir saman við. Hinvegin havi eg eitt ótrúliga tætt samband við mínar sambúgvar. Vit eta døgurða saman hvørt kvøld, fara vikuskiftisferð til Kanada, New York ella Florida, ella bara ein túr

á strondina. Fyri at venda aftur til lesnaðin, so er ein annar stórur munur á at lesa í USA og í Danmark. Tær allarflestu lærugreinarnar eru eina lestrarhálvu og enda við einari skrivligari próvtøku í desember ella mai. Men próvtalið (ella bókstavurin), sum ein fær, verður ikki bert avgjørdur av próvtøkuúrslitinum. Aloftast er próvtøkan ikki meira enn 40-50% av endaliga próvtalinum. Restin er uppgávur, sum skulu latast inn regluliga eina ferð um vikuna, “midterms” eini tvær ferðir hvørja lestrarhálvu, og onkuntíð eisini uppmøting og luttøka í sjálvum tímanum. Tað kann so vera til fyrimunar fyri tey, sum líða av “eksamensangst”, ella sum vanliga ikki standa seg so væl í provtøkum. Hetta ger eisini, at ein allatíðina má vera “up to date” við lesnaðinum. Tað hjálpir ikki at lesa alt í seinastu løtu, um vikuligu uppgávurnar ikki eru latnar inn. Vit hava heldur ikki lestrarfrí áðrenn próvtøkur. Vanliga endar undirvisingin ein friggjadag, og próvtøkurnar byrja mánadagin eftir, og liggja so allar ta einu vikuna. Eg havi fyrr havt fýra endaligar próvtøkur uppá tríggjar dagar. Hetta var eitt sindur ov nógv av tí góða fyrstu ferð, men av tí at próvtøkan ikki er altavgerandi, venur man seg skjótt við tað. Stutta próvtøkutíðin sæst eisini aftur í longri frítíðum, so samanumtikið er tað ikki ein býtt skipan. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at lesa í USA. Umframt at fáa eina útbúgving frá einum av heimsins bestu lærustovnum, havi eg styrkt munandi um mín førleika í enskum. Lestrarmentanin er serstøk, og hóast eg onkuntíð sakni eina fredagsbar, hevði eg ikki vilja verið hesa uppliving fyri uttan. Vansarnir eru eisini nakrir í tali. Fyri tað fyrsta er tað rættiliga kostnaðarmikið, bæði at lesa og at búgva í USA. Eisini kann sjálv umsóknargongdin tykjast trupul og endaleys, og tað er ikki so lætt at finna ráðgeving viðvíkjandi møguligum ivaspurningum. Ein skal tó ikki lata seg ræða av øllum pappírsarbeiðinum, kostnaðinum ella bara tankanum um at flyta so langt burtur. Eg fekk stóra hjálp frá Altjóða Skrivstovuni og frá MIT. Um hugurin er til staðar, ber alt til, verður sagt. Um tú hevur tann minsta hugin at royna okkurt øðrvísi, um tú ikki ert bangin fyri einari avbjóðing, so hevði tað kanska verið nakað fyri teg at søkt um upptøku á lærdum háskula í sambandsríkinum.

Pisan 2005

65


USA sum lestrarland Bartal Nolsøe Poulsen Nú eg næstan eri komin hálvvegis við lesnaðinum á Massachusetts Institute of Technology, MIT í Boston, havi eg ofta hugsað um, hvussu ólukkan eg endaði her av fyrstan tíð. Leiðin hevur verið long og fløkjaslig, men nu eg HNP rættiliga eri komin uppá pláss og havi funnið meg til rættis, kann eg siga, at tað var vert alt stríðið. Sum síðsta árið í studentaskúlanum í Hoydølum for at halla, og tann stóri dagurin nærkaðist, hugsaði eg sum flest onnur alt meira um, hvat síðani for at henda. Eg havi ongantíð verið ein av teimum við greiðum framtíðarætlanum. Tað er, sum tá ið Útvarp Føroya boðar frá óstøðugum veðri, “hann rekur av ymsum ættum”. Onkran dagin var eg vísur í, at eg átti at lisið evnafrøði, og dagin eftir sá eg eina gylta framtíð í løgfrøði. Eg gjørdist eisini skjótt greiður yvir, at valið ikki bert stóð ímillum, hvat eg skuldi lesa, men eisini hvar, og tað gjørdi ikki lívið lættari hjá mær. Heimurin er stórur og møguleikarnir óendaligir. Nógv og oftani varð kjakast aftur og fram við familju og vinir, og endin varð, at eg sannførdi meg sjálvan um, at Danmark stóð ikki ovast á mínum lista. Eg valdi USA, fyrst og fremst av tí at eg vildi fáa eina útbúgving á enskum. Á heimasíðuni www.braintrack.com er yvirlit yvir flest øll universitet í heiminum, og har fann eg fram til teir skúlar, sum eg hevði hoyrt um áður. Fleiri túsund universitet, ella “colleges”, eru í USA, so har var nógv at velja ímillum. Eg setti mær fyri, at eg fór bara at søkja um upptøku á kendum skúlum, sum lógu á eysturstrondini, og sum veittu altjóða næmingum figgjarligan stuðul. Hetta minkadi munandi um rúgvuna. Eg byrjaði so í einum enda við at fáa fatur á umsóknarbløðum, og so at fylla út. Her skal sigast, at ein søkir ikki um upptøku á hægri lærustovni í USA í einari handavending. Studentaskúlaprógvið sigur teimum ikki tað stóra, so eg noyddist til Danmarkar at taka nakrar royndir, SAT II, sum amerikanskir næmingar taka í high school. Eisini skal ein taka eina málroynd, sokallaða TOEFL roynd. Omaná

64

Pisan 2005

tað heila kemur so, at tey ymsu universitetini hava ikki somu upptøkutreytir. MIT krevur, at altjóða næmingar taka tvær SAT II og so TOEFL royndina, meðan aðrir skúlar kanska vilja hava tríggjar SAT II, og møguliga eisini ACT royndina, ella eina heilt triðju. Tað stutta av tí langa var, at tá ið umsóknarfreistirnar vóru úti 1. januar, hevði eg bara søkt inn á ein skúla. Tá ið eg heilt óvæntað fekk játtandi svar í mars mánaði, mátti eg fáa øll tey praktisku viðurskiftini frá hondini. Eg skuldi hava visum, fígging og bústað, men tað gekk væl, og áðrenn eg visti av tí, var eg í USA – í 40 hitastigum. At lesa í USA er á nógvum økjum ikki stórt øðrvisi enn at lesa í Danmark, men á øðrum økjum er himmalvíður munur landanna millum. Sjálv útbúgvingin er nógv breiðari enn ein útbúgving í Danmark, tá ið tað kemur til faksamanseting. Eg havi á pappírinum lisið búskaparfrøði hesi seinastu tvey árini, men í USA lesur ein ikki bara sína høvuðslærugrein. Fyrsta árið hava lesandi sum oftast alskyns lærugreinar, sum tykjast “óviðkomandi”, og sum eru ætlaðar at menna næmingin innan vanliga náttúru- og samfelagsvísund. Haraftrat krevur MIT, at í minsta lagi 25% av lærugreinunum, ein tekur, skulu vera uttan fyri høvuðslesnaðin. Eg havi sostatt havt lærugreinar innan bæði lívfrøði, evna- og alisfrøði, støddfrøði og søgu- og samfelagsfrøði. Hetta minti meg í fyrstuni um studentaskúlan, og hóast hetta kann tykjast meiningsleyst hjá teimum, sum hava eina greiða ætlan við lívinum og royna at fáa lesnaðin lidnan skjótast gjørligt, dámar mær tað stak væl. Eg hevði ikki avgjørt, hvat eg skuldi lesa, áðrenn eg byrjaði, og við at royna meg innan so nógv øki, var tað lættari at finna fram til rætta fakið. Hinvegin kunnu hesir valmøguleikar gerast ein meinbogi, tá ið ein skal søkja um SU. Fyri at fáa SU til lesnað uttanfyri nordurlond, er neyðugt hjá SU-stovninum at góðkenna utbúgvingina sum SU-heimilaða. Ein má senda SU eina neyva útgreining av, hvussu útbúgvingin er uppbygd, hvørjar lærugreinir ein ætlar at taka og upplýsningar um útbúgvingarstovnin. Hetta kann vera ein long og strævin gongd, og mær er sagt, at tað kemur sjáldan fyri, at SU góðkennir tað fyrsta árið á universiteti í USA, av tí at lesnaðurin sum oftast er so breiður og fokuseraður tað árið. Hóast tað megnaði eg onkursvegna at sannføra SU um, at allar tær

Lívfrøði, heilsa og føðsla

Náttúruvísund og tøkni

SHÚ Alkolog Kliniskur tannteknikari Tannrøktari

SHÚ Innleggjari Laborant Procesteknologur Produktiónsteknologur

MHÚ Bandagist/ortopædiverkfrøðingur Bioanalytikari (hospitalslaborant) Ergoterapeut Føðsla og heilsa Farmakonom Fysioterapeut Jarðarmóður Radiografur Sjúkrarøktarfrøðingur

MHÚ Business development Verkfrøðingur Diplomverkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Veðurfrøði LHÚ Aktuar Lívfrøði/jarðfrøði fakini Sivilverkfrøðingur Datalogi fakini Støddfrøði/alis- og evnafrøði fakini

LHÚ Lívfrøði Farmaceut Fólkaheilsuvísund Humanbiologi Ítróttur Kliniskur biomekanikkur Matvøruverkfrøðingur og –kandidat Lækni Sálarfrøðingur Tannlækni

Skrivstova, handil og útflutningur SHÙ Hhx 1 ár Marknaðarføringsøkonom Serviceøkonom

ur tú áhuga fyri? er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Møguleikarnir eru ðari—og kanska henda vegin finna tað, ið júst hóvar tær. Ú, MHÚ og LHÚ, sum eru styttingar fyri ávíkavist Stutt Hægri i Útbúgving. elseogjob.dk

MHÚ Filmútbúgvingin Grafisk kommunikatión Grafisk tøkni og leiðsla Hondarbeiðslærari Fjølmiðlafólk Sjónleikaraútbúgvingarnar LHÚ Myndlistafólk Sniðgevi Filmvísund Listasøga Tónleikaútbúgvingarnar Sjónleikavisund

LHÚ Kandidatútbúgving innan vinnubúskap (cand.merc.)

Kunningartøkni og elektronikkur

List, tónleikur, fjølmiðlar og móti SHÚ Designteknologur Rithøvundaskúlin

MHÚ Business development Verkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Bachelorútbúgving innan vinnubúskap (HA)

Ítróttur og rørsla SHÚ Rørslupedagog Ítróttarlærari Mensendieck-lærari Rútmupedagog MHÚ Avspenningspedagog

SHÚ Datamatikari IT- og elektronikktøkningur Multimediedesignari MHÚ Diplomverkfrøðingur innan elektronikk LHÚ Sivilverkfrøðingur innan informatikk Datalingvistikkur Datalogi fakini Informatikkur IT-háskúlaútbúgvingarnar

LHÚ Ítróttur

Pisan 2005

13


arligum fakum. Tí valdi eg at taka eina lestrarhálvu í Istanbul. Eg dugdi als ikki at ímynda mær, hvussu tað fór at síggja út í Turkalandi. Tað einasta, eg visti um Turkland, áðrenn eg fór avstað, var, at tað var eitt ferðamannaland, har havið og luftin vóru turkisblá. Í Turkalandi var ótruliga lekkurt. Býurin Istanbul, har eg las, var ótruliga vakur og fullur av lívi. Tað var sera áhugavert at ganga runt í býnum. Ofta var alt ein stórur hurlivasi, men ein hurlivasi, sum er spennadi. Fólkini vóru fitt og blíð, kanska ikki minst tí at eg var einasti útlendski studenturin á universitetinum. Sjálvt um Turkaland skal eitast at vera eitt muslimskt land, merkti eg ikki so nógv til tað. Innkalling til bøn hoyrdist, men fólk tók tað róligt.

At velja rætt fyrstu ferð Tað kann tykjast ógvuliga fløkjasligt og møtumikið at skula seta seg inn í tann óendaliga frumskógin av møguleikum, hvat útbúgvingartilboðum viðvíkir. Nógvar ymsar útbúgvingar verða bodnar út og so gerst tað ikki lættari av, at so nógv ymsik ting eru, sum greiða skal fáast á, áðrenn og tá tú søkir. Katrin D. Apol Tú stendur møguliga á gáttini til at taka títt fyrsta veruliga val nakrantíð. Higartil er leið tín kanska í stóran mun longu skorin út í kortið, og tí hevur verið lætt at tikið avgerðir, sum nokk heldur ikki hava verið so heilt vitalar. Valið av útbúgving gevur seg tó ikki sjálvt, og tí er tað av alstórum týdningi at fyrireika seg væl. Eitt tað fyrsta, tú kanst gera, er at fáa hendur á einum yvirliti yvir møguligar útbúgvingar. Nógvar bøkur eru á bókasøvnunum um evnið, og alnótin er sjálvsagt eisini ein ótømandi kelda. Soleiðis kanst tú fyrst og fremst fáa greiðu á, hvørjar útbúgvingar yvirhøvur eru at velja í. Um tú longu veitst hvønn veg ella innan hvat øki hugur tín liggur, so kann tað eisini vera góð hjálp at heinta hjá lestrarvegleiðarunum, sum kunnu leiða teg á eina meira greiða kós, men í síðsta enda er valið útilokandi títt. Vel eftir áhuga. Hetta hevur tú óivað hoyrt hundraðtals ferðir, men tað er ofta lættari sagt enn gjørt. Hvussu kanst tú eitt nú samantvinna so ymisk áhugamál sum tennis, bókmentur og lívfrøði, um tað eru hesi, tú hevur áhuga fyri? Tú kundi byrjað við at spurt teg sjálvan, hvussu tú vilt ávirka heimin og hvussu tú vilt nýta lív títt. Vilt tú út í heimin at arbeiða? Ætlar tú tær at verða í Føroyum? Vilt tú læra onnur nakað ella vilt tú hjálpa fólki rundan um teg á einhvønn hátt. Hetta kann tykjast sum ein stórur gloypibiti hjá eini júst floygdari pisu at seta sær sjálvum so “stórar” spurningar. Hinvegin so kunnu tílíkir spurningar beina teg á eina leið, sum fegin skuldi verið hin rætta. Somuleiðis slepst undan at tú um nøkur ár stendur við eini útbúgving í skjáttuni, sum tú ikki veruliga hevur hug at brúka til nakað. Sjálvandi er eisini vert at hava í huga, at ein spennandi útbúgving ikki altíð av sær sjálvum Hevur við sær eitt spennandi arbeiði. Øvugt

14

Pisan 2005

kann ein útbúgving, sum kanska ikki tykist so spennandi geva tær óteljandi møguleikar úti í arbeiðslívinum. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við onnur, sum eru undir teirri ella teimum útbúgvingunum, sum tú umhugsar. Hetta kanst tú gera antin við at seta teg í samband við ein relevantan lærustovn ella MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran føroying undir ávísu útbúgvingini. Sjálvandi er eisini gott at tosa við fólk, sum eftir lokna útbúgving eru farin út á arbeiðsmarknaðin. Hesi kunnu helst best geva tær góð ráð, tí tey áttu at vitað, hvat tey tosa um. Hvat krevst Næsta stigið er, at tú mást finna fram til, hvat krevst, fyri at sleppa inn á útbúgvingina. Um okkurt fak er, ið krevst, sum tú ikki hevur, so er ikki at fella í fátt, tí til ber at lesa “einkultfak” upp á stutta tíð. Tú eigur tí at kanna, hvat krevst í góðari tíð, so tú fært stundir at taka møguligu eyka fakini, sum eru kravd. Eisini er týdningarmikið at minnast til, at tvær freistir eru, sum umsóknir kunnu vera latnar inn. Tær eru vanliga 15.mars fyri kvotu 2 og 1.juli fyri kvotu 1. (Les meira um kvotuskipanirnar aðra staðni í blaðnum). Óvissan Tað er altíð torført at meta um eitt val er rætt ella ikki. Tú veitst sjálvsagt ikki, hvussu eitt møguligt annað val hevði verið, og tí ber ikki till at samanbera. Tú veitst tó uttan iva altíð, um tú trívist við tað, tú hevur valt. Um so er, so stendur ikki so heilt illa til. Tó vil óvissan uttan iva níva teg, eftir at tú hevur framt títt val. Soleiðis vil tað nú einaferð vera, og torført kann vera at sleppa undan hesum kostinum. Óvissan kann tó eisini síggjast sum ein positivur eginleiki, tí óvissan er drívmegi og hon ger teg forvitnan. Alt lívið verður tú sett/ur yvirav ymsum valum, og tískil er ringt at sleppa undan óvissuni. Hon lúrir altíð aftanfyri næsta hornið. Tí kann tað ikki sigast ov ofta, at fyrireikingararbeiðið til valið er av nógv størri týdningi enn valið sjálvt. Tað vísir seg eisini, at mong av teimum, sum fella frá undir lestrinum, als ikki høvdu sett seg nóg væl inn í, hvat teirra val innibar. Ráðini eru tí einføld: Fyrireiking, fyrireiking og aftur

eg gekk á skúlanum í Noregi, hevði eg eitt fak, sum æt menningarfrøði, har søga, politikkur og búskapur vóru blandað saman. Tað fakið dámdi mær væl! Tann landafrøðin, eg lesi, er ikki bara um fjøll, vøtn og mold, men eisini um politisk og búskaparlig viðurskifti. Eg havi síðani valt at síðustilla bæði fakini landafrøði og búskap, soleiðis at bæði fakini verða høvuðsfak. Tað eru umleið 20.000 lesandi á Fraser Universtetinum, sum eg gangi á. Eg eri væl nøgd við lærustovnin og útboðið av fakum er stórt. Frítíð Tað fer nógv tíð við skúlatingum, og restin av tíðini fer til at keypa inn mat og klæði. Eg havi havt eitt lestrararbeiði, sum snúði seg um at hjálpa einum professara á universitetinum. Náttúran er ótruliga vøkur rundan um býin. Her eru nógvar vakrar parkir, har eg renni eitt sindur, tá eg havi tíð til tað. Í Vancouver er eitt ríkt mentanarlív við eitt nú nógvum ymiskum biografum bæði við amerikanskum og evropeiskum filmum. Eisini ganga vit nógv á kafé og fara út at eta.

Bumbubrestir Uppihaldið í Istanbul endaði ikki serliga væl. Tá eg hevði verið har í tveir mánaðir, brustu tvær bumbur í býnum. Báðar bumburnar sprongdust uttanfyri tvær synagogur, og var tað øgiliga skelkandi fyri øll. Serliga tí at hetta minti um bumbuspreingingar fyri ellivu árum síðani í Istanbul, sum høvdu verið uttan fyri somu synagogum. Tá so tær næstu bumburnar brustu seks dagar seinni við ein altjóða banka og ta ensku sendistovuna, kendu fólk seg enn ótryggari. Hesi støðini vóru mitt inni í býnum. Fáar dagar eftir bumbuspreingingarnar valdi eg at fara heim til Føroya. Tíðin á universitetinum í Istanbul er sum so farin til einkis, tí eg fái ikki góðskrivað nakað av tí, sum eg lærdi har. Tað leggi eg tó ikki so nógv í, tí túrurin í Turkalandi var góður. Tað var eitt stórt upplivilisi, og eg fari heilt víst aftur til Turkalands sum ferðafólk einaferð seinni. Tað, sum eg havi misti í Istanbul, kann eg heinta innaftur í summar á universitetinum í Vancouver, so tað fer nokk at ganga. Sum nú er, fari eg at taka BA liðugt í Vancover og verði sostatt liðug um tvey ár. Eftir tað vænti eg, at eg nærkist Føroyum aftur fyri at gera útbúgvingina lidna. Hvar og nær veit eg tó einki um enn.

Til Turkalands at lesa Tá eg hevði lisið í tvey ár á Universitetinum í Vancover, vildi eg royna okkurt nýtt. Eg fekk at vita, at eitt universitet í Istanbul í Turkalandi undirvísti á enskum, og ljóðaði tað áhugavert. Tað gjørdist ikki verri av tí, at hetta universitetið í Istanbul hevði eitt gott útboð av búskap-

Pisan 2005

63


Ein øðrvísi lestrarleið

fyrireiking. Ein íløga fyri lívið At velja útbúgving er ein íløga fyri lívið. Tað nyttar einki at káva útyvir, bert tí orðavalið fyri lívið kann tykjast ræðandi og rættiliga avmarkandi. Tað er heldur eingin loyna, at tað arbeiðið, tú einaferð fært, setir sín ófrávíkiliga dám á lív títt. Fíggjarviðurskifti, frítíð o.s.fr. eru tengd at arbeiði tínum, og tískil er talan ikki um eitt val á sama hátt, sum tá tú velur málingalit til ein vegg. Ætlanin er ikki at ræða teg við at seta hetta upp sum tað ultimativa valið, men bert gera vart við týdningin av tí. Sjálvandi er tað eingin neyð, um tú ikki velur rætt fyrstu ferð, tí til ber at royna aftur aðru ferð, men so “klappar fellan” eisini – í hvussu so er, um tú lesur í Danmark. “3. gangsreglen” sigur nevniliga:

*3. gangsreglen Har man to gange været optaget på en videregående uddannelse uden at have afsluttet disse, vil man, hvis man på ny søger optagelse på en videregående uddannelse, blive placeret sidst blandt ansøgerne, uanset kvotient og kvote 2-kvalifikationer. Man kan dog, samtidig med at man indsender selve ansøgningsskemaet, søge dispensation, hvis der er gode grunde til, at man sprang fra de to første uddannelser. Får man en sådan dispensation, behandles ens ansøgning på linje med de øvrige ansøgere. les meira www.kot.dk Tí ræður um at hugsa seg væl um, áðrenn valið verður tikið!

Summi hava frá barnsbeini vitað, hvat tey vilja vera, ”tá tey verða stór” og hava tí ikki stórvegis trupulleikar, tá umsóknarbløðini til útbúgvingarstøðini skulu útfyllast. Hjá teimum allarflestu er tað tó als ikki lætt. Tað er torført at avgera, hvør útbúgvingin skal vera, aloftast tí at tú hevur áhuga í fleiri ymiskum útbúgvingum. Tað er eisini ógjørligt at vita, um útbúgvingin er tann rætta — og um hon er tað, tú væntaði — fyrr enn tú ert farin í gongd. Petur Martin Hansen hevur samrøðu við Nicolinu Lamhauge úr Lamba. Hon lesur landafrøði og búskap á “Simon Fraser Universitetinum” í Vancover, Canada. Á studentaskúla í Noregi Eftir at eg hevði gingið eitt ár á Studentaskúlanum á Kambsdali, gekk eg tvey ár á altjóða studentaskúlanum hjá Reyða Krossi í Noregi. Meðan eg gekk har, søkti eg inn á tvey universitet í Bretlandi, men av tí at skúlagjaldið var so stórt á teimum báðum universitetunum í Bretlandi, umleið 120.000 kr, og Stuðulsstovnurin tá bara lat 60.000 kr. um árið, valdi eg at søkja inn á eitt universitet í Vancover, Canada. Hetta kom eisini av tí, at fólk komu frá hesum universitetinum og vitjaðu á skúlanum í Noregi, og tað ljóðaði áhugavert. Talan var um eitt universitet tætt við býin Vancover, og skúlagjaldið var niðanfyri tær 60.000 kr., sum Stuðulsstovnurin gav tá, so eg valdi at fara har. Ferðastuðulin kemur eisini væl við, tí so fái næstan ferðast heim til Føroya eina ferð um árið. Til Canada at lesa Tað gjørdi tað eisini lættari, at trý onnur frá

62

Pisan 2005

skúlanum í Noregi eisini fóru á sama universitet sum eg, og vit hjálptust at við tí øllum pappírarbeiðinum, tá vit komu yvir til Canada. Hóast rættiliga nógv pappírarbeiði skuldi til, so hevur tað verið lætt hjá mær sum føroyingur at fáa lestrarvisum í Canada, sammett við lesandi úr øðrum londum sum eitt nú Turkaland. Ìbúðarviðurskiftini í Canada eru góð. Tvey tey fyrstu árini høvdu vit møguleika at búgva á universitetinum, og eg búði saman við tveimum canadiskum gentum. Nú havi eg búð í tvey ár á universitetinum, so tá eg komi yviraftur, verði eg noydd at finna mær okkurt annað at búgva í. Fakliga gjógvin Studentaskúlin, sum eg gekk á í Noregi sigst vera eitt gott skifti til universitetið. Fakliga gjógvin hevur ikki verið serliga stór, og er ein av orsøkunum eisini tann, at høvuðsmálið á studentaskúlanum var enskt. So tað hevur verið mær ein góð hjálp. Hinvegin haldi eg ikki, at tað skuldi verið nøkur forðing, um man ikki er so vanur við enskt, tí man venur seg skjótt við tað. Tá eg byrjaði á universetinum í Vancouver, valdi eg at lesa landafrøði sum høvuðsfak og búskap sum síðufak. Hetta valið kemst av, at tá

Hví duga vit ikki altíð at velja rætt fyrstu ferð? Orsøkirnar eru nógvar:  Í summum førum vita vit ikki, at vit hava valt skeivt, fyrr enn vit undir lesnaðinum síggja leiðir, vit áður ikki dugdu at ímynda okkum.  Áhugin fyri øðrum lesnaði stingur seg upp, eftir at vit eru farin undir lesnaðin.  Vit vóru trygg í gomlum dreymum og settu tí ikki spurnartekin við teir.  Vit settu okkum ov lítið inn í lesnaðin, áðrenn vit byrjaðu. Vit høvdu eina mynd, ið varð bygd á romantiskar tankar um lesnaðin ella á framtíðar starvsmøguleikar.  Vit kenna ikki okkara egnu styrkir og veikleikar nóg væl.  Vit lurtaðu eftir øðrum heldur enn at lurta eftir okkum sjálvum.  Vit tóku ikki avgerðina í álvara. Alt hetta kanst tú gera nakað við. Í summum førum sært tú ikki vegir, fyrr enn tú ert farin undir lesnað, og tá kanst tú taka avgerð um, hvørt tú vilt skifta lesnað ella halda áfram. Avgerðin er tín! Tey gyltu ráðini í hesum sambandi mugu tó vera: Nýt ta tíð, ið krevst at velja rætt fyrstu ferð!

Pisan 2005

15


Trupla lestrarvalið Kl. 18.00: Huff.... 30 síður eftir... Kl. 18.30: ...25 síður... men síðstu 5 síðurnar mugu lesast umaftur, tí tankarnir vóru ikki heilt til staðar... grunaði heldur um, hvat plagg, eg skuldi fara í leygarkvøldið... Kl. 18.45: 27 síður.... nei, her er nokkso støvut, treingir virkuliga til at støvast av... Kl. 19.15: Åh, deiliga reint... men bíða... har eru vaskiklæðir í kurvuni... og tað er eisini langt síðani, eg var og heilsaði uppá Jóhonnu... Anna Christiansen Ja, soleiðis sat eg ofta og stríddist við bókunum mítt fyrsta semestur á læknalesnaðinum—ella "stríddist" er kanska í so nógv sagt, tí freistandi var at snúgva mær undan stóru og tjúkku bókunum! Eg varð liðug sum studentur í Hoydølum í ´99 og var sum flestu hinar pisurnar eitt sindur skúlatroytt. Ikki tí, árini í Hoydølum vóru sera góð, og var tað við blandaðum kenslum, eg fekk húgvuna á høvdið - gott at vera liðug, men syrgiligt at siga farvæl við tað góða sosiala umhvørvið, eg hevði verið partur av trý tey síðstu árini. Eg valdi, sum tey flestu í mínum flokki, at fáa mær sabbatár. Var klár at vinna mær nøkur oyru og kanska fara ein túr uttanlands. So eg byrjaði at arbeiða og nýtti lívið - frí frá lektium! Fór eftir eina tíð á kibbutz í Ísrael og kom so heimaftur at arbeiða. Men í øllum ævintýrresinum spøkti brennandi spurningurin seg allatíð: Hvat skal eg fara at lesa? Á, øll spurdu, "nú, Anna, hvat verður tað til? Hvat ætlar tú at lesa?" Tað var gerandiskostur at fáa spurningin settan, og hvørja ferð var svarið: "eg veit ikki". Eg visti virkuliga ikki. Eg visti bara, hvat eg ikki hevði hug til.

AHJ

16

Pisan 2005

Tíðin gekk, og skjótt hevði eg havt tvey sabbatár! Tankarnir høvdu sveimað víða um, hvørja karrieru, eg skuldi velja - møguleikarnir stóðu opnir, og eg var um at villast í øllum, sum var at velja ímillum. Men hetta var eitt val, sum mátti takast—ein lívsleið—og júst hetta, at tað kom at hava ávirkan restina av lívinum, gjørdi tað so trupult. Tað er jú ikki bara í hvørjum liti, eg kundi hugsað mær eina ávísa troyggju. Eg sveimaði frá farmaceuti til lívfrøði, frá laboranti til tannlækna...eg hugsaði og hugsaði. Jú, mær hevur nú altíð dámt sera væl arvalæru, og júst hetta hevur verið nógv frammi í Føroyum síðstu tíðina, so tað høvdu óivað verið góðir møguleikar fyri hesum í Føroyum. Men eg kundi ikki lesa arvalæru - so mátti tað vera lívfrøði, har arvalæra verður viðgjørt, men nei, so mátti eg lesa um plantur, algur o.a. - tað tímdi eg als ikki! Jú, so fall valið á læknalesnaðin! Ótrúligt! Eg hevði tikið eitt val! Valdi læknalesnaðin, einamest tí at so hevði eg møguleika at koma inn á evnið, sum hevði mín størsta áhuga, og harafturat helt eg sjálvandi eisini, at læknafakið virkaði tiltalandi. Eitt spennandi fak við alskyns møguleikum eftir loknan lesnað - heimurin stóð opin! Á, deiligt nú kundi eg hava eitt svar klárt, tá fólk spurdu, hvat eg ætlaði at lesa, men einamest var deiligt at hava svarið greitt fyri mær sjálvari! Eg byrjaði so á Panum í sept. 2001. Var sera spent og ynskti, tað var tað rætta fyri meg. Eg var eisini eitt sindur fjálturstungin, tí eg visti ikki rættiliga, hvat eg var byrjað uppá. Eg fann tó rímiliga skjótt útav, at hetta tímdi eg ikki! Lesa 50 síður um hjartað, 40 síður um blóðið, 60 síður um lungu... nei, eg kvaldist! Hvar var arvalæran? Hevði so vónað, at læknafakini fóru at fanga mín áhuga, men nei. Arvalæran var alt ov lítil í heildini av læknafakunum, at tað sindrið, vit høvdu, kláraði ikki at halda vónini hjá mær uppi. Harafturat var hetta nokk heldur ikki heilt tað rætta fyri meg og mína sartu sál, tí lósu vit t.d. um krabbamein, ja so hevði eg øll sjúkueyðkennini dagin eftir! So eg visti næstan beinavegin, at hetta fór ikki at ganga. Men treiska Anna royndi at hanga í, tí hvat nú um mær kanska fór at dáma tað? Hvat um tað bleiv meir spennandi komandi semestur?

Skúlin eitur Paris American Academy (PAA) og er ein listaskúli, ið liggur í latínarabýlinginum í Paris. Hesin býlingur liggur á einum bakka við útsýni yvir Paris, og staðið er kent fyri Sorbonne. Skúlin krevur ikki, at tú dugir franskt, og tú kanst koma inn uttan at duga eitt orð á fronskum. Harafturímóti vildu tey síggja dømi um mín listarliga kunnleika, og av tí at eg hevði havt hesa lærugrein í Danmark, var eg vigað og funnin nóg tung. Eg eri eisini sera fegin um, at skúlin er ein altjóða skúli, og hóast eg eri einasti norðurlendingurin har, so er eingin etniskur bólkur í fleirtali, og tað gevur ein sera góða blanding. Persóniliga haldi eg, at tað er ein sera stórur eyka fongur at fáa høvi at lesa í millum so nógvar ymiskar mentanir. At søkja og sleppa inn á skúlan gekk lætt og væl, men tað, eg stúrdi eitt sindur fyri, var, hvussu tað fór at vera við studningi úr antin Føroyum ella Danmark. Her vil eg beinan vegin leggja afturat, at Altjóða Skrivstovan og Stuðulsstovnurin í Føroyum hava verið mær til stóra hjálp. SU vildi hava prógv fyri støðinum á útbúgvingini og at hon var góðkend av fronsku stjórnini. Tað hjálpti eisini, at PAA áður hevur havt donsk lesandi og tey kundu enntá vísa á, hvønn eg skuldi seta meg í samband við, um eg skuldi havt tørv á tí. Eftir SU góðkenningina gekk alt við rúkandi ferð. Úr Føroyum fekk eg játtað stuðul til at rinda fyri skúlan og eg fekk játtað lestrarstuðul frá SU. Hevur tú tokka til list, so er Paris staðið. Her er alt frá gamlari franskari til nýggja altjóða list, og hóast eg havi verið her í hálvtannað ár, so havi eg ikki sæð alt enn. Og listin er allastaðni. Gongur tú ein túr í gøtunum, so er altíð okkurt, ið tú ikki áður hevur lagt merki til, og tað er eins og listarligir skattir eru at finna í hvørjum króki. Lesandi á PAA fáa eisini avsláttur til atgongumerki til nógvar av teimum stóru sýningunum og til teir stóru listaskálarnar. Til dømis kann eg fara inn á Louvre ókeypis.

Eg haldi ikki, at nakar annar býur í Europa kemur fram um Paris sum verðinsbýur, uttan London sjálvandi. Meðan eg havi verið her, havi eg hitt fólk úr øllum heiminum, og tað, sum er allarbest við Paris, er, at tað er upp til ein sjálvan, um ella hvussu nógv tú ynskir at gerast franskur, ella um tú ynskir at liva teg inn í eitt meira altjóða lív her. Tá tú kemur her, er tað umráðandi at vita, at Frakland er ikki eins og har heima. Her koma lesandi í túsundatali, men hetta er Frakland og tískil gongur alt fyri seg á ein franskan hátt. Eg sigi hetta, tí eg haldi, tað er gott at vera fyrireikaður til tess. Tað er gott, um tú dugir franskt, men ikki avgerandi og sjálvandi eru her nakrar mannagongdir, ið skulu fylgjast. Tað ringasta var sjálvandi í fyrstuni, tá eg skuldi finna mær okkurt at búgva í, fáa mær telefon ella til dømis stovna eina konto í bankanum.

Ert tú sloppin inn á skúla her niðri, er vanliga mannagongdin hon, at skúlin hjálpir tær við slíkum. Ger hann ikki tað, so fell ikki í fátt. Set nakrar dagar av til at finna teg til rættis og Sannindi Paris er ferðamannastað nummar eitt í verðini. minst til at hava øll neyðug pappír við tær. Tí eru tað mong, ið tosa enskt og við nøkrum Hevur tú hug at fara til Paris so far- tú verdur fáum lyklaorðum á fronskum, einum smíli og ikki vónbrotin. eitt sindur av toli, klárar tú teg. Frakland er limur í ES, og við ES passi kanst tú vera verandi í Fraklandi, so leingi tær lystir. Lesandi, ið hava arbeiði, rinda skatt í Fraklandi eins og aðrir franskmenn. Skatturin er uml. 25%.

Pisan 2005

61


Á listaskúla í Paris

So komu jólini, og eg fór, sum flest onnur, heim til Føroyar at halda jól. Vit høvdu eina roynd hálvan januar, so allar bøkurnar vórðu sjálvandi tiknar heim við - kuffertið var á markinum til yvirvekt! Men eg mátti tó skjótt ásanna, at eg eins væl kundi latið bøkurnar ligið eftir á kollegiekamarinum! Alt annað var meir spennandi um jólini enn at lesa um hjartarútmu og kemiskar líkningar. Men royndin lá ikki fyrr enn 16. januar, so eg kundi jú altíð lesa eftir nýggjár. Eitt sindur í døpurhuga og máttleys gekk leiðin niður aftur til Keypmannahavnar fyrst í januar hvat mundi hetta fara at enda við? Manglandi stríðsandin og ágrýtni í jólafrítíðini helt tíverri áfram inn í januar mánað - nei, faktum var, at eg tímdi ikki at lesa til lækna. Eg mátti kasta hvíta handklæðið í ringin. Eg valdi tí at gevast... tímdi ikki at stríða meg ígjøgnum nakað, eg ikki var glað fyri, og sum eg ikki føldi, var tað rætta fyri meg! So ja, eg fór at gevast, men eg tók líka royndina við, tí um eg nú broytti meining og ynskti at halda áfram, so varð kravt, at eg hevði verið til roynd.

Marjun Vatnhamar Hey, eg eiti Marjun, eg eri 24 ár og búgvi í Paris. Eg hevði í veruleikanum als ikki lagt nakra ávísa ætlan um at fara til Paris at ganga á listaskúla. Sannleikin er, at eg kom niður her saman við eini vinkonu og við røttum ferðamannabrillum roknaði eg við at síggja og uppliva býin Paris eins og hann var í franska filminum Amelie. Eg havi síðan skift ferðamannabrillurnar út við einar meira veruligar brillur, og nú eri eg i holt við at fáa mær eina hægri útbúgving innan list, og lívið hevur lagað seg á ein heilt annan hátt, enn eg trúði. Mong munnu spyrja, hví Paris? Og eg kundi svarað, at tað er vínið, maturin og romantikkurin, og tað er tað eisini, men tað er langt frá bara tað. Heldur er tað tað franska fólkið, teirra siðir og mentan, sum mangan liggja fjart frá teimum norðurlendsku. Tað snýr seg eisini um at uppdaga meg sjálva, og um hvussu nógv eg kann fáa burturúr av at læra um og liva undir øðrum umstøðum, enn eg eri von við. Mín fyrsta ferð til Paris var ein námsferð við skúlaflokki í Danmark. Eftir hesa vitjan visti eg,

60

Pisan 2005

at eg mátti fara aftur til Paris. Og tað fór eg í september 2003. Tvær tær fyrstu vikurnar hugnaði eg mær og livdi av teimum pengunum eg hevði við heimanífrá. Síðan fór eg undir at finna mær eitt arbeiði, og tað eydnaðist mær eftir eina viku. Eg gjørdist tænari á franskari/amerikanskari matstovu og hóast mítt franska var avmarkað, so kendi eg, at tað ber rættiliga væl til at finna tílíkt arbeiði, um tú dugir enskt. Eg søkti inn á listaskúlan í juli 2004. Tá hevði eg longu havt fleiri arbeiði, tí tað vísti seg ,at eg mátti siga upp, hvørja ferð eg fór heim at ferðast. Tað var tó ongantíð nakar trupulleiki at finna arbeiði, tá eg kom niður aftur. Mín ætlan hevði allatíðina verið at fara undir lestur í Stórabretlandi, men eftir møtið við Paris ynskti eg, at eg kundi verða verandi her í staðin. Eg hevði eygu og oyru opin, og so rendi eg meg í blaðið FUSAC. Blaðið er at finna á øllum altjóða barrum og matstovum í Paris og kemur út tvær ferðir um mánaðin. Hetta var gull vert fyri ein fremmandan í Paris, tí her finnur tú upplýsingar um alt frá íbúðum, arbeiði og lestur. Tað var í FUSAC, at eg las um skúlan eg nú gangi í.

Leiðin gekk tískil aftur til Føroyar fyrst í februar—hesu ferð uttan bøkur! Eg valdi at framleiga kollegiekamarið og fara heim á klettarnar at samla tankarnar um brennandi spurningin, hvat Anna nú skuldi finna uppá at lesa? Nú stóð eg aftur á berum - føldi eitt sindur, sum eg hevði fingið ein frammaná og var aftur eins blonk og óvitandi um karrieruval, sum tá eg so glað og fitt stóð sum nýklakt pisa! Nú vóru 2 1/2 ár liðin, síðan eg fekk húgvuna á høvdið, og enn hevði eg ikki funnið útav, hvat eg vildi við lívinum! Føldi tað eitt sindur frustrerandi - hvat var galið við mær? Hví kundi eg ikki taka eitt val? Hevði gjørt alt fyri at fáa eitt gott studentsprógv, men hvat nyttaði tað, tá eg ikki visti, hvat eg skuldi brúka tað til? Eg byrjaði so aftur at arbeiða, og eftir arbeiðstíð varð dúgliga blaðað í nógv brúktu bókini "Hvad kan jeg blive?". Hon var so slitin eftir hondini, og eg dugdi hana næstan uttanat! Hóast eg føldi meg í villareiði, angraði eg aldri mína avgerð um at gevast - eg føldi tað sum ein slíkan lætta - sum um ein steinur var tikin av mínum herðum! Og aldri føldi eg tað sum skomm at gevast og venda nøsini heim. Jú, eg hugsaði eitt sindur um tað, áðrenn eg gavst, at ja, nú fóru øll at siga, at "vit vistu, hon ikki fór at halda út.... vistu, hon fór at gevast!" Men nei, haldi, øll tóku væl ímóti mær, tá eg

var heima aftur - tey stuðlaðu mínari avgerð. Ein segði við meg, "Anna, tú skalt ikki skamma teg, tað ger einki. Tað er sera flott, at tú fylgir tínum ynskjum og ikki bara heldur út fyri at geva øðrum eina góða mynd av tær!". So eg skammaði meg als ikki. Tíðin gekk og nærkaðist, til eg aftur skuldi senda umsókn/ir inn til komandi árs lesnað. Eg hugsaði og hugsaði, vitjaði dúgliga LFÚ og blaðaði víðari í "Hvad kan jeg blive?". Valið fall á jarðamóður og sálarfrøði. Jú, helt hetta vóru tvey spennandi fak, men tað vísti seg, at fyri at sleppa inn á jarðamøðraskúlan, skuldi eg hava minst "18 måneders relevant arbejdserfaring", og hetta hevði eg ikki. Tískil fór umsóknin í postkassan við einum stórum X út fyri sálarfrøði. Eg vil siga, at trýstið at velja rætt aðru ferð, var sera stórt! Reglurnar eru tær, at ein fær bert møguleika at byrja uppá útbúgving innanfyri KOT tvær ferðir - t.v.s., at um tað nú vísti seg, at sálarfrøði heldur ikki var tað rætta fyri meg, ja, so var mín kvota uppbrúkt, og eg kundi ikki søkja um upptøku til útbúgving innan KOT eina 3. ferð. Jú, til ber at royna upptøku til eitt fak, sum ikki er so væl umtókt og tí ikki so trupult at sleppa inn til - eskimiologi ella okkurt tílíkt, men tað hevði nú ikki mín heilt stóra áhuga. Tískil setti sonevnda "3-gangs-reglen" stórt trýst á meg, og eg visti, at hesuferð var virkuliga neyðugt at velja rætt. (sí s. 14) Eg valdi sálarfrøði, men hvssu kundi eg vita, um tað var tað rætta fyri meg? Eg kendi eitt sindur til Freud og Jung og helt fakið vera spennandi, men eg hevði onga hóming av, hvussu tað mundi fara at vera at lesa tað á hægri støði. Eg haldi ikki, at tað ber til at vita, hvat ein fer í gongd við. Óroynd og blá fert tú í holt við eitt fak, og eg trúgvi, at sjálvt tey, ið byrja uppá ein lesnað, tey hava droymt um frá barnsbeini av, skjótt kunnu ásanna, at hetta var nú ikki júst tað, tey høvdu vónað og droymt um. So eg var eitt sindur bangin... hvat nú... nei, vildi ikki hugsa tað. Eg byrjaði uppá sálarfrøði 1. septembur 2002. Mundu Freud, Jung og aðrir stórthugsandi menn fara at hugtaka meg? Jú, eg føldi straks, at hetta var heilt nakað annað. Visti jú frá árinum frammanundan, hvussu tað kendist at vera "malplaserað", og ta kensluna hevði eg als ikki nú. Tað var ein heilt onnur atmosfera í skúlanum eg fall væl til í flokkinum, og øll vóru/eru fitt

Pisan 2005

17


og fyrikomandi. Í mun til árið fyri, føldi eg nú, at eg var á jøvnum føti við mínar samlesandi. Eg væntaði, eg fór at vera elst í klassanum, men so varð ikki. Aldursmunurin millum tey fyrsta árs lesandi er sera stórur - á mínum holdi er tann yngsta 18 ár, meðan tann elsta er 37, so eg var enntá í yngra endanum, deiligt! Eisini var deiligt hjá mær at vita, at umleið helvtin av teimum á holdinum høvdu verið undir aðrari útbúgving fyrr - soleiðis fekk eg váttan fyri, hvussu vanligt tað er at skifta lesnað! Nú eri eg í gongd við 2. semestur og siti og hugsi aftur á síðstu árini við truplum avgerðum og avsluttaðum læknalesnaði. Huff, tað hevur verið ein trupul tíð, men eg angri einki!

gevast við sínum lesnaði, at fylgja sínum ynskjum! Um tey ikki eru glað fyri sín lesnað, er bara at skifta til okkurt, tey halda vil gera tey glaðari. Sjálvandi skal ein hugsa seg væl um, tí neyvan slepst undan niðurtúrum í einumhvørjum lesnaði, men eg trúgvi, ein veit og kennir við sær sjálvum, tá tað er komið so mikið langt, at man ikki tímir longur! Tá hugurin at lesa ikki er til staðar longur, er tíð at gevast og umhugsa nýggjar leiðir. Eg vil eisini siga fyri mítt viðkomandi, at eg eri sera glað fyri, at eg gavst longu eftir 1. semestur at eg ikki stríddi meg ígjøgnum fleiri ár bara fyri at vera treisk. Glað fyri, at eg ikki brúkti ov nógva tíð, men fór beint í gongd við næsta lesnað.

Angri ikki, eg byrjaði uppá læknalesnaðin als ikki! Eri glað fyri, eg royndi tað, tí nú fari eg ikki at angra tað seinni, at eg ikki gav tí ein møguleika! Fari ikki at sita sum 40 ára gomul og hugsa, at læknaleiðin hevði verið tann rætta fyri meg. Eg vil siga, at læknalesnaðurin óivað førdi meg inn á leiðina, eg seinni valdi - eina leið, eg í dag eri sera glað fyri, so glað, at bøkurnar faktiskt blivu opnaðar um jólini!

So nú kunnu tit ætla, at mín dagur og lesnaður er ein heilt annar enn dømið í byrjanini av greinini. Nei, eftir loknan skúladag, sær tað meiri soleiðis út nú: Kl. 18.00: 30 síður eftir... á nei, bara 30 síður....? Kl. 18.30: 20 síður eftir... svongdin ger tó um seg, so ein góður náttverðabiti sleppur niðurum! Kl. 20.00: Lesi síðstu síðuna og siti so hálvan tíma hugtikin um tað, eg júst havi lisið... Helst tók eg í so rívan til nú. Jú, víst kemur tað fyri, at tankarnir, meðan eg lesi, leita til støv, vaskiklæðir og Jóhonnu.

At enda vil eg siga til tey, sum umhugsa at

íbúð fyri teg sjálvan, ella at búð í húsum saman við vinfólki ella familju, so er hetta eingin trupulleiki í Aberdeen. Aberdeen er ein studentabýur, so tað er altíð onkur íbúð leys, tí fólkini skiftast týtt út. Vanligt er at gjalda uml. 2000 - 3000 kr/mðr. í leigu. Tíverri er bretska samfelagið ikki ikki bygt á somu lunnar sum okkara, so um tú hevur børn undir 5 ár, skalt tú vænta, at tú kemur at gjalda umleið 4000 kr. fyri hvørt barnagarðspláss pr. barn, og tú fært ikki barnapengar eins og lesandi foreldur gera eitt nú í Danmark. Sum heild røkkur studningurin til at dekka tær vanligu útreiðslurnar, men línan kann blíva tung at draga, um tú hevur smærri børn. Tó eigur tú rætt til ymsar veitingar frá SU eins og lesandi við børnum í eitt nú Danmark. Útbúgvingarskipan Útbúgvingarskipanin er øðrvísi enn tann danska. Ein skotsk universitetsgrad tekur vanliga trý ár (Combined studies and Destignated degree) ella fýra ár (honours), undantikið medisin og verkfrøði, sum taka fimm ár. Av tí at fólk ofta eru sera ung (17-18 ár) tá tey byrja á universitetinum, so er t.d. ein Honours útbúgving samansett soleiðis, at tvey tey fyrstu árini er undirvísingin nokkso víttfevnandi, meðan tú tvey tey seinnu árini spesialiserar teg innan eitt ella tvey evni. Í MA (Master of Arts) og BSc (Bachelor of Sience) hevur tú nógvar valmøguleikar, hvussu tú setir fakini saman. Á øðrum ári hava summi tvey fak, so tað er í roynd og veru ikki fyrr enn triðja árið, at tú mást velja, hvønn veg tú vilt. Combined studied degree tekur vanliga trý ár og fevnir nokkso vítt um fakið, tú lesur, meðan Designated degree er meira savnað innan eitt ávíst evni. Ùtbúgvingarnar kunnu vera ymiskar frá einum universiteti til annað bæði í samanseting og reint fakliga. Tað kann tí loysa seg at hyggja á internetinum, hvørji universitet eru “rated” best innan júst tað fakið, tú ætlar tær at lesa. Eitt universitet kann saktans vera best innan eitt fak, men liggja aftarliga á listanum innan eitt annað.

eisini limur í ‘psychology society’. Um tú hevur hug til at halda teg í form uttan beinleiðis at vera bundin at føstum uppmøtingartíðum, so hava flestu universitetini sítt egna fitness centur, har tú kanst venja fyri ein bíligan penga. Um tú ikki ert serliga nógv fyri ítrótt, so er eitt ótal av smáum societies, sum umboða allar bólkar, tú kanst hugsa tær. T.d. debateclub, biology, vín smakking, eisini hava nógv lond eisini sítt egna felag, eins og tað nógvastaðni finnast føroyingafeløg. Vit hava einki føroyingafelag í Aberdeen, men studentarnir finna tó við jøvnum millumbilum okkurt at savnast um. Sjálvt um Aberdeen ikki er av størstu býum, so er tað altíð okkurt at fara til. Flestu studentar velja at fara út mitt í viku, tí tá eru prísirnir ofta lægri enn í vikuskiftinum. Tá tað byrjar at vára, skal tað bara ein lítil sólstrála til, so eru parkirnar og strendurnar fullar av fólki, næstan sum við føroyingum. Mær dámar ótrúliga væl at ganga á universitetinum her, og enn betur frítíðina! Av tí at tað er beinleiðis flogsamband, so er tað møguligt at fara heim okkurt vikuskifti, um man hevur samvitskuna til at missa ein ella tveir skúladagar. At eg endaði við at lesa í Aberdeen var partvís grundað av misskiljingum, tilvild, og last minute avgerðum, men tó, so angri eg onga løtu og vil avgjørt viðmæla Skotland sum lestrarstað.

Frítíðin Í Bretlandi ganga universitetini sera høgt uppí ítrótt og skipa javnan fyri kappingum millum universitetini. University of Aberdeen, har eg gangi, eggjar okkum til at gera ítrótt við at seta hvønn mikudag seinnapart av til hetta. Valmøguleikarnir av ymsu ítróttargreinum eru endaleysir. Tú kanst spæla so gott sum øll bóltspøl, frælsan ítrótt, rógving, fjallaklintring, leypa í fallskýggja, kaving og nógv annað. Sjálv gangi eg til kaving og eri

18

Pisan 2005

Pisan 2005

59


Lestrarlív í Skotlandi

Vert at vita! Málslig fyrireikingarskeið

Annbjørg Abrahamsen Tað er ikki nakað nýtt fyribrigdi, at føroyskir studentar velja at fara út um ríkisfelagsskapin at lesa, men hevur hetta tó vundið alt meira uppá seg tey síðstu árini. Hví velja fólk so at fara “longur burtur” enn til trygga góða Danmark at lesa, har alt er kent og samband er heim hvønn einasta dag? Ævintýrarhugurin er nokk ein av høvuðsorsøkunum, og at tú afturat útbúgvingini eisini nemur tær góða venjing at samskifta á øðrum máli. Tó, nógv annað fylgir við í pakkanum eisini. Millum annað, at tú ert einsamøll og tí noyðist at klára teg sjálva. Hetta hjálpir einum til at blíva meira sjálvstøðugur og fær teg at innsíggja, at tú klárar tað, tú vilt. Einsamallur føroyingur ella kanska ikki? Sjálvt um Føroyar eru eitt lítið land við fáum íbúgvum, so kanst tú tó finna føroyingar so gott sum alla staðni, og her er Skotland einki undantak. Her í Aberdeen veksur talið av føroyingum fyri hvørt ár. Her eru nøkur arbeiðandi og nakrar familjur, og talið av lesandi samanlagt man liggja um tey 20, har tað fyri bert fáum árum síðani bert vóru um fimm. Tó er tað ikki meira enn so, at um tú av einari ella aðrari prinsipp orsøk ikki skuldi havt hug til at brúkt tíð saman við føroyingum, so kann tað lættliga lata seg gera, uttan at tú noyðist at krógva teg. Tó ein føroyingur er ein føroyingur, og vit hava ofta lyndi til at leita saman, t.d. fara so gott sum allir føroyingarnir til somu kirkju, og fara til tann sama føroyska tannlæknan. Fyri mítt viðkomandi má eg játta, at bestu vinir mínir her eru føroyingar. Tó havi eg hóast alt eisini enskt tosandi vinir, og er tað nakað, eg klárt við viðmæla fólki. Eg búgvi

58

Pisan 2005

sjálv í einari íbúð, har nógv fólkasløg eru umboðaði. Vit eru ein skoti, ein íri, tvær kinesiskar gentur og eg. Við at búgva saman við fólki frá ymiskum mentunarligum bakgrundum, kanst tú læra nógv um teirra land, søgu og siðir. Til dømis hildu vit kinesiskt nýggjár 9. februar. Tín sjónaringur verður víðkaður, gerst meira fordómsleysur og góðtekur, at tað er meira enn bara tín máti at gera tingini uppá, og at okkurt heilt ørvísi og nýtt ikki altíð er so galið allíkavæl.

Um tú hevur hug at lesa í einum ikki enskttalandi landi uttanfyri Norðurlond, skalt tú ikki setast aftur orsakað av væntandi málsligum førleika. Fram til 31. desember 2006 er nevniliga ein royndarskipan sett í verk, ið veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskt-talandi lærustovnum í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond. Krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: - Skeiðini skulu verða málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðnum ella tann endaliga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum støði, at tann lesandi nær tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv, fyri at so er, skal viðleggjast umsóknini. - Skeiðini skulu verða fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. - Skeiðini skulu eisini góðkennast av Stuðulsstovninum. KDA

Skotar Skotar eru eitt stak fitt og fyrikomandi fólkaslag. Tey hava kanska nakrar løgnar vanar, so sum at elska kø-mentan og siga ‘please’ og ‘thanks’ í umleið øðrum hvørjum setningi, men burtur sæð frá tí, so eru vit rættiliga lík teimum. Vit hava t.d. nokkso líkan humor, kanska líkari enn við danir. Sjálv eri eg komin til ta niðurstøðu, at teirra kø´ir og hesi høfligu orðini allatíðina eru heilt ok, og at tað kanska er nakað, sum vit føroyingar skuldu tikið til okkum. Tað skaðar einki við eitt sindur av fólkaligheit. Eins og í Føroyum, so er ein ávísur munur á býarfólkunum og og teimum, sum búgva úti á landinum, men av tí at Aberdeen ikki er ein av teimum heilt stóru býnunum, uml. 250.000 íbúgvar, so tekur tað hóast alt ikki langa tíð, til tú hevur fingið eitt gott yvirblikk av býnum, og til tú byrjar at heilsa upp á tín lokala keypmann.

Eyka stuðul til uppihaldarar

Bústaðar- og fíggjarviðurskifti Eitt, sum er gott her í Skotlandi, er, at lesandi úr útlondum ikki noyðast at stríðast fyri at fáa tak yvir høvdið. Lærustovnurin syrgir fyri, at øll fyrsta-árs lesandi, sum ikki eru lokal, fáa bústað i Halls of Residence. Við upptøkupappírunum senda tey tær eisini ein lista við íbúðar møguleikum og prísum. Møguleiki er t.d. at velja, um tú vilt hava mat íroknaðan ella ikki. Hesi pláss hava ofta eisini teldurúm, ella/og tráðleyst internet samband. Tað kann vera ein ótrúligur lætti at sleppa undan at hugsa um rokningar, innkeyp og enntá at vaska sítt egna kamar fyrsta árið. Tað besta er tó, at tað ofta er har, tú knýtir tey vinarbondini, sum koma at telja so ótrúliga nógv fyri teg í tínum lestrarárum og summi kanska restina av lívinum. Um tú heldur kundi hugsað tær at búð í eini

Tað er nú vorðið lættari hjá einligum uppihaldarum at fara undir lesnað, tí ein nýggj lóg ger, at hesi eiga rætt til eyka ískoyti afturat SU-stuðulinum. Um tú ert uppihaldari at einum ella fleiri børnum, sum hava sama bústaði sum tú, kanst tú fáa eyka SU-lán, um tú væl at merkja hevur rætt til SU-stuðul. Ert tú einligur uppihaldari, kanst tú harafturat fáa eyka ískoyti. Treytin er, at tú fært eyka barnaískoyti eftir ”Lov om børnetilskud og forskudsvis udbetaling af børnebidrag” frá kommununi. Um tú ert í iva um, hvørt tú fært ella kanst fáa hetta ískoytið, skalt tú seta teg í samband við donsku kommununa. Um tú lesur aðra staðni enn í Danmark, kanst tú eisini fáa nevnda ískoytið, um tú tekur eini SUheimilaða útbúgving. Hvørt hálvár skalt tú prógva fyri SU-styrelsen, at tú ert einligur uppihaldari við skjali frá einum almennum myndugleika í lestrarlandinum. Tú skalt søkja um hetta ískoytið frá SU-styrelsen, tvs. at tað hendir ikki av sær sjálvum. KDA

Starvsvenjing sum partur av hægri lestri

Tað gerst alt meira vanligt at fara í starvsvenjing ein part av útbúgvingartíðini. Ávísar útbúgvingar so sum lærari, pedagog, sjúkrarøktarfrøði og journalist hava starvsvenjing sum ein kravdan part av útbúgvingini, men eisini aðrir lærustovnar so sum universitet lata í alt størri mun dyrnar upp fyri hesum møguleikanum. Tað er ikki eitt krav, men tann lesandi hevur møguleika at taka t.d. eina lestrarhálvu í starvsvenjing á einum stovni ella fyritøku, og fáa hesa góðskrivaða í staðin fyri eitt ella fleiri fak. Sjálvsagt er tað eitt krav, at starvsvenjingin er viðkomandi fyri útbúgvingina, og aloftast krevst ein góðkenning frá læristovninum frammanundan. Møguleikarnir eru tó rættiliga breiðir, og tú kanst eisini velja at fara í starvsvenjing í øðrum landi enn útbúgvingarlandinum fyri kanska at fáa ævintýrið við eisini. Við at fara í starvsvenjing fær tann lesandi møguleika at royna ástøðiligu vitanina í praksis, og alt fleiri taka av hesum møguleikanum. KDA

Málsligt undantaksloyvi

Ein fyrimunur hjá føroyskum lesandi í Danmark er, at tey kunnu søkja um undantaksloyvi til skrivligu próvtøkurnar fyrsta árið – endiliga ikki at skilja sum at tær ikki nýtist at fara til próvtøku, men at tú fert til próvtøku undir øðrum umstøðum. Um hetta verður játtað, hevur tað vanliga við sær, at próvtøkutíðin verður longd við einum tíma. Søkjast skal í góðari tíð, og viðmerkjast skal, at hetta ikki er eitt tilboð, ið øll útbúgvingarstøð hava. Á teimum støðum, har undantaksloyvi verður latið, verða føroyingar mettir sum útlendingar við øðrum móðurmáli enn donskum, og fyri at avrikini hjá føroyskum lesandi skulu kunna javnmetast við tey hjá donskum lesandi, er møguleiki fyri eyka próvtøkutíð, tó uttan at støðið á próvtøkuni verður lægri. Eyka próvtøkutíðin ger sjálvandi stóran mun, og tí er hesin møguleiki avgjørt verdur at hava í huganum, tá ið farið verður undir fyrstu próvtøkurnar. Sum áður nevnt, so er hetta ikki galdandi á øllum støðum, men kunna teg um viðurskiftini á tínum útbúgvingarstaði, og í góðari tíð. Harumframt er hetta bert galdandi fyrsta árið og fyri skrivligar próvtøkur. Tú skalt sjálv/ur vera varug/ur við møguleikan fyri undantaksloyvi, tí hetta er ikki eitt tilboð, ið av sær sjálvum verður boðið øllum føroyskum lesandi í Danmark. AHJ

Pisan 2005

19


Týdningurin av lestrarhættum Helena D. Højgaard Mangir eru tankarnir, ið ein ger sær, tá ið avgerð viðvíkjandi útbúgving skal takast. Millum fystu og óivað týdningarmiklastu spurningarnar eru spurningar sum: – Man eg fara kunna liva við mínum vali restina av lívinum? Fari eg í framtíðini at tíma at arbeiða innan tað økið, eg havi útbúgvið meg? Fari eg áhaldandi at hava somu áhugamál, ella fari eg at leiðast við mítt val eftir eina tíð? Í kjalarvørrinum á hesum spurningum koma enn

ella kemur mest burtur úr hjá mær, tá ið eg arbeiði í einum bólki? Hvussu við sjálvari undirvísingini? Riggar tað best hjá mær, um eg fái nógva undirvísing, ella egni eg meg eins væl at sita við eini bók og at kalla sjálvstøðugt læra meg sjálva/n? Eyðsæð er, at uttan mun til hvørja útbúgving ein velur, so skal ein ávís tíð nýtast til lesing og annað sjálvstøðugt arbeiði. Somuleiðis vil ein altíð fáa nakað av undirvísing og vegleiðining frá lærarum og øðrum ráðgevum. Flestu lesandi vilja eisini siga, at tey onkuntíð hava arbeitt

Hvussu? Tað kann kanska tykjast eitt sindur trupult at leita sær til Íslands at lesa, men hetta nýtist ikki at vera so. Lætt er at finna upplýsingar á heimasíðu Háskólans á heimasíðuni www.hi.is Eisini er Altjóða Skrivstovan ein ótrúliga góð hjálp, um tú ætlar tær aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Til ber at skriva henni teldupost á ask@ask.fo Umsóknarfreistin at søkja er 4. juni. Møguleki er eisini at taka summarskeið í íslendskum máli og mentan, áðrenn tú byrjar at lesa. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðu skúlans. Skerpikjøt og tollarar Sum sagt, er Ísland bara ein tími við flogfari úr Vágum mitt í Reykjavík. Flogfarið setir seg næstan í túnið hjá Háskóla Íslands. Hóast matur kostar nógv í Íslandi, er ikki skilagott at falla fyri freistingini at taka ein turran bógv ella báðar tveir við sær til Reykjavíkar at piða

myrkastu kvøldini. Tí tað fyrsta, og ofta tað einasta, tollararnir í Reykjavík airport spyrja um, er kjøt! Íslendingar gera alt fyri at forða djórasjúkum í at sleppa inn í landið. So rátt kjøt er bannlýst. Tað nyttar einki at halda uppá, at ráa kjøtið er tjóðarrættur okkara. Myrkastu kvøldini, ja. Veturin í Íslandi er myrkari og longri enn okkara vetur, tí Ísland er norðari enn Føroyar. Men tað er eingin neyð. Streymurin er bíligur, so tað er bara at tendra øll ljós. Neyvan nakra staðni eru so nógvar littar perur uttandura um jóltíðir sum í Reykjavík Veðurlagið siga vit minni um. Men í skrivandi løtu er lýggjari í Reykjavík enn í Keypmannahavn og Århus. Og fyri alt tað ber til at klæða seg móti øllum veðri. Úlpurnar eru trendy, og tær eru fjálgar, tá "frost er á Fróni".

KDA fleiri spurningar. Summir av hesum eru sjálvsagt meiri ítøkiligir enn aðrir, men ein væl kendur spurningur snýr seg um útbúgvingargongdina, nærmari longdina av útbúgvingini: Fari eg at tíma at lesa ella læra í trý, fýra, fimm ella fleiri ár? Nakrir kanska minni kendir spurningar, sum – hóast sera viðkomandi – ikki verða havdir í huganum, fyrr enn avgerðin um útbúgving er tikin, knýta seg at teimum ymsu undirvísingar-, frálæru- og lestrarhættunum, ið ymsu útbúgvingarstøðini nýta. Spurningarnir, ein átti at sett sær í hesum sambandi, kundu ljóðað: Hvønn undirvísingar- , arbeiðs- og lestrarhátt dámar mær best? Nær og hvussu læri eg mest og best? Dugi eg best at arbeiða sjálvstøðugt

20

Pisan 2005

saman við øðrum lesandi í bólki, meðan tey aðrar tíðir hava arbeitt meiri sjálvstøðugt. Sostatt kann sigast, at óansæð hvørja útbúgving ella hvat útbúgvingarstað ein velur, so kemur ein óivað í onkran mun at royna ymsu undirvísingar- og arbeiðshættirnar. Tó skerst ikki burtur, at tær ymsu útbúgvingarnar eins og tey ymsu útbúgvingarstøðini eggja til ymsar lesi- og arbeiðshættir. Sum dømi kann nevnast, at meðan humanistarnir á KUA (Københavns Universitet Amager) í alstóran mun arbeiða sjálvstøðugt, og ikki endiliga verða eggjaðir til bólkaarbeiði, so er støðan at kalla tann umventa á RUC (Roskilde Universitets Center), har frálæran mest er grundað á bólkaarbeiði. Somuleiðis er

Pisan 2005

57


Reykjavík - mentanarháborg Norðurlanda at tosa um ólavssøkuna, sum, eftir øllum at døma, flest allir íslendingar hava verið á. Virkið føroyingafelag er eisini í Reykjavík. So ætlar tú tær til Danmarkar, bara tí at so nógvir føroyingar eru har, so eru eisini nógvir føroyingar í Reykjavík. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, so eisini her ber til at skemta sær saman við landsmonnum, kann ein ikki liva uttanlands tað fyriuttan. Ísland haldi eg vera eitt gott val, av nógvum góðum orsøkum. Ein teirra er, at vit føroyingar kunnu læra sera nógv av fólkinum her. Fyri næstan hundrað árum síðani vóru teir í somu støðu ríkisrættarliga, sum vit eru nú ár 2004. Arbeiðsemið teirra er eitt, ið eyðkennir íslendingin. Sagt er, at íslendingar noyðast at hava tvey arbeiði, skulu teir klára at lívbjarga sær. Hetta er einki annað enn lygn. Grundin til, at nógvir teirra hava tvey arbeiði, er tann, at teir vilja hava møguleikan til at t.d. ferðast minst einaferð um árið, fara út at eta, keypa sær klæðir og annað. www.visitreykjavik.is

Lív Patursson Hví Ísland? Íslendingar eru vinartjóð hjá føroyingum. Tí er vert at seta stórt spurnartekin við, hví ikki fleiri føroyingar fara til Íslands at nema sær útbúgving. Tað átti at verið sjálvsagt, at vit leitaðu okkum meira hendan vegin. Bara ein tíma er flogferðin úr Føroyum, bara ein mánað tekur tað hjá tær at skilja íslendska málið, og fólkið her er sera líkt føroyska fólkinum. Høvuðsstaðurin Reykjavík er ein sera framkomin modernaður býur. Her er alt frá hundafrisørum til stórar handilsmiðstøðir. Kaffihús, barrir og diskotek í hópatali. Stórar ítróttarmiðstøðir og uttandura svimjihyljar, listasøvn, sjónleikarhús, biografar og skoytihallir. Reykjavík hevur alt, ið ein stórbýur eigur at hava. Okkurt um 280.000 fólk búgva í Íslandi, tveir triðingar búgva í Reykjavík. Hóast lutfalsliga stóra fólkatalið er ikki neyðugt at kenna seg sum eina ørkymlaða sál í øllum meldrinum. Íslendingar gera nógv burturúr, so fólk, ið kemur hendan vegin, kennir seg væl. Og ikki ger tað støðuna verri, um tú ert føroyingur. Beinanvegin verður tú hálsfevnd, og so fara tey

56

Pisan 2005

Háskóli Íslands Mitt í Reykjavík er University of Iceland Háskóli Íslands. Í hesum skúlanum ganga heilir 9.000 næmingar. Ellivu deildir eru í skúlanum, og allar hava tær størri útbúgvingar. Allar útbúgvingar hava sítt egna felag. Feløgini, sum eru knýtt at útbúgvingunum, hava tey flestu sínar egnu heimasíður. Har ber til at fáa kunning um útbúgvingarnar, síggja myndir og tílíkt. Allar deildir skúlans húsast á sama øki, so tað ger sosiala lívið eitt sindur skemtiligari enn eitt nú í Keypmanna-havn, har fakultetini sløðast um allan býin. Umframt undirvísingarhøli eru aðrir bygningar á Háskólaøkinum. Eitt nú Norræna húsið, sum er sera gott hjá okkum føroyingum, tí har ber til at lesa føroysku tíðindabløðini. Filmshús og biografur eru eisini á skúlanum. Banki, matvøruhandlar, svimjihylur, ítróttarhøll og venjingarhøll eru á økinum. Eisini er ein studentabarr, kallað Stúdentakjallarinn, kaffihús um dagin og barr og diskotek um kvøldið. Har eru ofta konsertir. Herfyri var t.d. Eivør Pálsdóttir í Stúdentakjallaranum. Eisini er størsta bókasavnið í Íslandi, Landsbókasafn Íslands, á campus. Á háskúlaøkinum eru nógvar íbúðarlonir og nøkur skúlaheim. Meira um hetta fæst at vita á www.studenthousing.is

eisini fjølbroytni í, hvat viðvíkur undirvísingartímum. Meðan ein á onkrari útbúgving hevur møtiskyldu og møguliga fær undirvísing í skúlanum hvønn dag, so finnast útbúgvingar, har eingin møtiskylda er, og har sjálv undirvísingin er avmarkað til færri enn tíggju tímar um vikuna. At ein útbúgvingin uttan møtiskyldu og við fáum skúlatímum kann tykjast lokkandi, kunnu tey flestu nokk skriva undir uppá, men havast má í huganum, at arbeiðsbyrðan á tílíkari útbúgvinging ikki er minni, enn arbeiðsbyrðan á útbúgving við nógvum undirvísingartímum. Heldur kann sigast, at arbeiði sum heild verður flutt úr skúlanum og heim til tann einstaka. Tá ið treytirnar fyri skúlaarbeiðið eru so ymiskar, er týdningarmikið at gera sær greitt, nær og hvussu ein arbeiðir best. Fær man mest burturúr við tí koyrlinum syngjandi um oyruni, sum møtiskylda kann tykjast vera, ella er árræðið og sjálvdisiplinið so gott, at eingin koyril er neyðugur? Tørvar einum onnur fólk ella ein bólk at samarbeiða við, fyri at fáa sum mest frá hondum, ella eru tað heilt onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri eins skúlavirksemi, lestrar- og skapanarhug? Lat tað tó vera sagt, at tað fyrst og fremst er hugurin, ið avger, hvørja útbúgving ein fer í gongd við. Eftir hetta er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, undir hvørjum viðurskiftum ein arbeiðir best, fyri soleiðis at økja um møguleikarnar fyri góðum úrslitum í lestrarlívinum. Sagt á annan hátt, so skal sjálvur útbúgvingarhátturin ikki stýra valinum av útbúgving, tað skal hugurin til sjálva útbúgvingargreinina, men í aðru atløgu er vert at hava í huganum, hvussu ein heilt ítøkiliga arbeiðir og trívist best - tí á tann hátt er ein við til at geva sær sjálvum bestu sømdir hugsandi, og soleiðis fær ein mest burturúr. Fylgjandi yvirlit gevur eitt innlit í ymsar lestrarog undirvísingarhættirnir, og kann hetta vónandi virka sum hjálp, tá ið høvd og hali skal finnast á fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikunum. Fyrilestrar: Ofta sæð sum ímyndin av lesnaði á hægri lærustovni. Klassiskur undirvísingarháttur, har lærarin ella undirvísarin heldur ein fyrilestur og greiður frá einum hvørjum evni, gjarna fyri heilt nógvum næmingum samstundis, summastaðni heilt upp í 400. Samskiftið er vanliga einans einvegis, tvs. frá undirvísara til næmingar, men onkuntíð er høvi at seta spruningar. Floksundirvísing: Minnir um undirvísing í fólkaog miðnámsskúlunum. Vanliga eru 25-30 lesandi í hvørjum flokki. Undirvísarin gjøgnumgongur

undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvorja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru partur av undirvísinigini. Roknivenjingar: Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Oftani er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa við uppgávum. Henda undirvísing finst í høvuðsheitum á nátturuvísundaligum útbúgvingum. Starvsstovuvenjingar: Eru á flest øllum tekniskum, nátturuvísundaligum og læknafrøðiligum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst teirra øki. Økisskeið (”feltkurser”): Finnast t.d. á útbúgvingum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólkalívsfrøði. Her verður farið út í avíst umhvørvi at kanna ávís viðurskifti, tað verði seg djóralív, plantulív, fólkasløg ella annað. Eins og við starvstovuvenjingum er endamálið at geva teimum lesandi praktiskar royndir innan ávíst lestararøki. Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestararhálvum. Nevnast kunnu útbúgvingar sum pedagogikkur og sjúkrarøktarfrøði. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaútbúgvingini er starvsvenjing fastur partur av útbúgvingini og fer fram á sjálvum útbúgvingarstovninum. Innan landbúnað og verkfrøði verður lagt upp til, at tann lesandi sjálv/ur finnur eitt stað til starvsvenjing, sum so er partur av útbúgvingini. Á t.d. humanistiskum og samfelagsvísunudaligum útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í ½ ár. Á RUC (Roskilde Universitets Verkætlan: Center), Aalborg Universitet og eitt nú arkitektskúlunum verður arbeitt við verkætlanum burturav. Á flestu hægri útbúgvingum skal ein tó fyrr ella seinni gjøgnum eina verkætlan, ið antin kann gerast sum bólkaella einstaklingaarbeiði. Ymiskt er, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Gjarna er ongin beinleiðis undirvísing knýtt at eini verkætlan, men ein verður í staðin knýtt/ur at einum undirvísara, ið virkar sum vegleiðari og ráðgevi. Ein verkætlan varir vanliga ½ til 1 ár. Summastaðni skalt tú bert lata skrivliga uppgávu inn, aðrastaðni skalt tú upp í munnligari próvtøku afturat.

Pisan 2005

21


Íbúðarviðurskifti Mangar eru ræðusøgurnar um íbúðarviðurskiftini uttanlanda, t.d. í Keypmannahavn, har íbúðarneyðin hjá teimum lesandi helst er tann størsta. Tí er neyðugt at fara tíðliga til verka, um tú veitst, hvar tú skalt byrja at lesa. Bíðirøðirnar eru langar, og tað krevur mót, orku og ikki minst tolni, um tú vilt tryggja tær eitt stað at koma til, tá tú flytir av landinum – men tað eru tey fægstu, ið flyta heimaftur vegna manglandi bústað... Annika Helgadóttir Joensen Vit hava valt Danmark/Norðurlond, Bretland og USA sum dømi, men tørvar tær neyvari upplýsingar ella upplýsingar um onnur lond, set teg so í samband við MFS og/ella vitja heimasíðuna hjá Altjóða Skrivstovuni, á www.ask.fo Danmark/Norðurlond Í donsku stórbýunum sum Keypmannahavn og Århus kann vera ringt at fáa kamar ella íbúð, meðan t.d. Odense veitir trygd fyri, at lesandi uttan tak yvir høvdið fáa eitthvørt at búgva í innan 3 dagar. Sostatt eru íbúðarviðurskiftini ógvuliga ymisk frá býi til bý. Flestu norðurlendsku lestrarbýirnir hava tó eina skipan, ið gevur tær møguleikan at skriva teg á ein bíðilista til at fáa eitt kamar ella eina íbúð. Tú kanst skriva teg upp, tá ið tú hevur funnið útav, hvagar tú ætlar tær, men umsóknin (í Danmark) verður tó vanliga ikki gjørd virkin fyrr enn 4½ mð. innan lestrarbyrjan. Hent heimasíða: www.ungdomsboliger.dk Fyri Norðurlond sum heild: www.abo.fi/norden og www.nsbo.org Bretland Flestu hægri lærustovnar í Bretlandi hjálpa altjóða næmingum at fáa tak yvir høvdið – nógvastaðni fært tú saman við upptøkubrævinum tilboð um bústað, og aðrastaðni eigur tú skjótast gjørligt at venda tær til bústaðarávísingina á útbúgvingarstaðnum fyri at finna útav, um tey kunnu tryggja tær bústað, tá ið tú skalt byrja. Bústaðartilboðini frá lærustovnunum eru ofta kømur, ið eru knýtt at lærustovnunum og liggja tætt við - hetta verður eisini nevnt “campus”. Ein vegleiðandi kostnaður fyri kamar uttan fyri London er kr. 2.200 um mánaðin. Hent heimasíða: www.ukcosa.org.uk

22

Pisan 2005

USA Eins og í Bretlandi er vanligt, at amerikonsku lærustovnarnir bjóða tær innivist saman við upptøkubrævinum, og eisini her snýr tað seg aloftast um “campus”. Flestu fyrstaársnæmingarnir velja at búgva á útbúgvingarstaðnum, tí tað hevur fíggjarligar fyrimunir, umframt at tú hevur størri møguleika at koma í samband við onnur lesandi. Fleiri hægri lærustovnar krevja eisini, at tú býrt á staðnum fyrsta árið. Kostnaðurin fyri at búgva á “campus” er ógvuliga ymiskur, men tú skalt rokna við at gjalda USD 5.000 um árið, íroknað mat. Hetta svarar til uml. kr. 2.900 um mánaðin. Hent heimasíða: www.usastudyguide.com

Hvussu skal eg húsast? Kamar Um tú ert stakur, tá tú fert av landinum í útbúgvingarørindum, er lættast at fáa innivist í einum kamari, annaðhvørt á einum kollegii, ella privat. Tó er aloftast bíligari at leiga sær kamar á einum kollegii, har leigan vanliga liggur um kr. 1.500-2.500 um mánaðin. Um tú leigar eitt kamar frá privatum útleigara, er vandi fyri, at tú kemur

AHJ

ymsar dialektir. Tað var eisini trupult hjá mær at orða meg á svenskum. Eg føldi mangan, at eg ljóðaði bæði býtt og barnslig. Málsliga hevur tað verið ein stór hjálp, at sviar sum heild eru ógvuliga tolerantir. Bæði undirvísarar, lesandi og vinfólk hjá mær gjørdu sær stóran ómak við at royna at skilja meg. Frá byrjan kendi eg ein ógvuliga positivan hugburð um tað, at man kemur sum útlendingur til Svøríkis og roynir at tosa svenskt. Tey flestu halda tað eisini vera sjáldsamt og stuttligt, at man kemur úr einum fjarskotnum landi til Svøríkis at lesa. Eg vil siga, at málið kemur ógvuliga skjótt. Um tú roynir at tosa nógv, kemur tú rættiliga væl inn í tað longu tann fyrsta mánaðin At skriva uppgávur á donskum er vanliga heldur eingin trupulleiki. Lestrarumhvørvið Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur við nógvum gomlum og stásiligum bygningum. Niðri í sjálvum býnum er tað rættiliga tætt millum bygningarnar og húsini, sum gevur býnum ein serstakan og á ein hátt eldri og hátíðarligan dám. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og caféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Øll lesandi í Svøríki skulu melda seg inn í eitt næmingafelag fyri at blíva skrásett á universitetinum. Í Lund eru 13 ymisk næmingafeløg, natiónir, sum tey verða nevnd, at velja ímillum. Hesi skipa fyri ymsum tiltøkum, bæði veitslum og meira álvarsligum tiltøkum sum pallborðsfundum, fyrilestrum o.s.fr. Í frítíðini kanst tú eisini ganga til ymisk ítriv alt eftir, hvat natiónin, sum tú ert limur í, hevur á skránni. Eisini kunnu limirnir bjóða seg fram at arbeiða á natiónini. Hetta er sjálvboðið arbeiði uttan løn. Býar- og náttalívið í Lund er rættiliga sermerkt av teim ymsu natiónunum. Tað eru ikki so nógv onnur støð, sum eru opin um náttina. Til universitetið í Lund hoyrir eisini ein ítróttarmiðstøð, Gerdahallen, har lesandi vid Lunds universitet kunnu venja fyri ein sámuligan prís. Har er møguleiki at styrkivenja, ganga til aerobic, teamsúkkling, yoga, tennis o.s.fr. Bústaðarmøguleikar Í Lund er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. Universitetið hevur sína egnu bústaðarskipan ,AFB, sum umsitur lestrarbústaðirnar. Tú kanst ikki gerast aktivur á bíðilistanum hjá AFB, fyrr enn tú ert sloppin inn á universitetið. Bíðitíðin til at fáa ein

lestrarbústað sigst at liggja um eitt ár. Tó er vantandi bústaður ikki nakað, sum skal forða einum í at fara til Lund at lesa. Trupulleikin tykist ofta at vera møguligur at loysa. Natiónin, sum tú meldar teg inn í, kann eisini veita tær eina hjálpandi hond. Universitetið hevur eisini lestrarbústaðir til útlendsk lesandi studentar, International Housing, sum tú kanst seta teg í samband við. Tað er ikki at verða smæðin, men at liggja framvið og ringja og maila allastaðni, so kanst tú skjótt vera heppin og fáa okkurt. Tað er sjálvandi eisini eitt gott hugskot bara at fara avstað, hóast tú ongan bústað hevur, og síðani at leita sjálvur í Lund. Tað er eisini møguligt, sum onkrir føroyingar gera, at búgva í Keypmannahavn og koyra ímillum við oyrasundstokinum. Tað tekur uml. ein tíma millum Keypmannahavn og Lund við toki. Tó er tað uttan iva lættari at læra svenska málið og at fáa vinfólk her, um man eisini býr í Svøríki. Av tí at eg ikki fekk bústað í Lund av fyrstani tíð, valdi eg at búseta meg í Malmø. Eg fann ta størstu bústaðarfyritøkuna í Malmø, MKB, á internetinum, og ringdi til tey og kærdi mína neyð. Eg fekk so bústað beinanvegin, og havi verið so glað fyri at búgva her, at eg nú havi avgjørt ikki at flyta til Lund. Lund er ein ógvuliga hugnaligur býur, har er tó ógvuliga studentasermerkt, og nøkur troyttast av tí og flyta til Malmø. Tað tekur bert uml 20 min. við bussi og toki millum Malmø og Lund. Eitt mánaðarkort til buss og tok kostar 550 SEK, so tað er yvirkomiligt. Eg búgvi í lestrarbústaði, har vit hava egna 1-rúmsíbúð við køki og wc. Síðani hava vit eitt felagsrúm, har vit kunnu hyggja at sjónvarp o.s.fr. Tá eg flutti inn, vóru vit rættiliga nógv, sum fluttu inn samstundis, og tey flestu búgva her enn. Her havi eg fingið mínar føstu vinir, og vit ganga inn til hvønn annan so gott sum hvønn dag. Tað minnir um har heima, her noydist tú ikki at ringja áðrenn, men bankar bara uppá og fer á vitjan. At búgva á henda henda hátt er ógvuliga hent, tá man kemur til eitt fremmant land. Tað er gott fyri tann málsliga partin, men eisini fyri trivnaðin sum lesandi í útlandinum. Eg eri mest saman við svium, men vit eru uml. sjey føroysk lesandi í Lund, sum hittast av og á. Talið á føroyingum, sum leita sær til Lund at lesa, tykist vera vaksandi, so hví ikki umhugsa at koma hendavegin at lesa !. Viðmerking: Freistin at søkja inn á universitet í Svøríki er 15. apríl til várhálvuna og 15. okt. til heysthálvuna. Tað eru ikki øll skeið, sum koyra bæði um várið og heystið.

Pisan 2005

55


At lesa í Svøríki

Svøríki, var tað trupult at avgera, hvat eg skuldi velja. Stórbýurin Keypmannahavn, við føroyingafelagnum, Jacques osv. lokkaði. Samstundis tóktist etnologiútbúgvingin meira spennandi í Lund, og tí fall valið at enda á Lund.

www.lu.se

Marsanna Petersen Valið Á vári 2002 avgjørdi eg at fara undir víðari lesnað uttanlands. Frammanundan hevði eg tikið eitt ársnám í samfelagsfrøði og mentunarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Har kveiktist mín áhugi at lesa víðari innan mentunarfrøði av álvara, og tí valdi eg at søkja inn á etnologi. Av tí at rættiliga fá sleppa inn at lesa etnologi við universtitetið í Keypmannahavn, valdi eg eisini at søkja inn á Lunds Universitet. Eg kendi sum so einki til Lund og universitetið har, annað enn at eg hevði lisið onkrar bøkur, sum professarar í etnologi vid Lunds universitet høvdu skrivað. Á heysti 2002 slapp eg so inn at lesa etnologi bæði í Keypmannahavn og í Lund. Av tí at allar mínar vinkonur úr Føroyum lesa í Keypmannahavn, og eg sum so einki kendi til

54

Pisan 2005

Øðrvísi lestrarskipan Ein av orsøkunum til at eg havi valt at lesa í Lund er, at lestrarskipanin í Svøríki er øðrvísi enn tann danska og føroyska. Í Svøríki er eitt lestrarhálvár 20 stig. Lestrarhálvárini í einum faki eru býtt upp í ymisk skeið. Tvey ár er soleiðis tað mesta, tú kanst lesa í einum faki. Soleiðis kanst tú í stóran mun sjálv/ur seta saman tína útbúgving. Tú kanst tó har umframt eisini lesa program, sum líkist meira donsku og føroysku útbúgvingarskipanunum. Tá lesur tú eitt fak í 3-4 ár. Hetta er soleiðis ein samanhangandi útbúgving, sum er føstløgd frá byrjan. Lestrarhálvárið er vanliga býtt upp í ymisk skeið. Hetta merkir, at lestrarhálvárið er býtt sundur í ymisk lið, har tú í hvørjum liði í nakrar vikur hevur um eitt evni. Hvørt av hesum skeiðunum endar so við eini próvtøku, sum á tann hátt eru spjaddar yvir alla lestrarhálvuna. Tað, sum mær dámar við tí svensku lestrarskipanini, er, at hon er meira fleksibul enn tann, sum vit kenna úr Danmark og Føroyum. Við tað, at tú kanst lesa ymisk skeið innanfyri ymisk fak, fært tú eina breiðari útbúgving. Eg sjálv lesi nú eitt tvøvísindaligt skeið um Internationala Migratión og Etniskar Relatiónir við universitetið í Malmø, sum eitt ískoyti til mína endaligu útbúgving. Universitetið í Malmø er rættiliga nýtt - bert 6 ár - og har hava tey lagt seg eftir tvørvísindaligum útbúgvingum, sum eru eitt sindur øðrvísi og kanska meira tíðarhóskandi. Tillagingartíðin At byrja at lesa uttanlands er altíð ein stór avbjóðing. Tann fyrsta tíðin er merkt av, at tað er nógv nýtt at seta seg inn í. Man skal venja seg við eina nýggja skipan, nýtt umhvørvi og nógv nýggj fólk. Tá eg hugsi aftur á tíðina, tá ið eg byrjaði at lesa í Lund, minnist eg hana sum eina rættiliga ørkymlandi tíð. At eg fekk so góða móttøku bæði á universitetinum og á kollegiinum, sum eg búgvi á, hevur lætt ómetaliga nógv um tillagingartíðina. Í byrjanini var tað eitt sindur trupult við málinum. Tað var ikki so torført at skilja undirvísararnar, men verri var við teimum lesandi, sum koma úr øllum landinum og tosa

KDA

at gjalda ein okursprís fyri fáar fermetrar. Studningurin skal røkka langt, so royn fyrst og fremst at fáa eitt kamar á einum kollegii. Um bíðitíðin er alt ov long, og eingir aðrir møguleikar eru, kann gerast neyðugt at leiga eitt kamar í privatum heimi at byrja við. Her skalt tú so ansa eftir, at tú ikki verður snýtt/ ur. Ymiskt er, hvussu kømurini á kollegium eru onkur hava egnan køk og wc, meðan onnur hava felagskøk og –wc. Lesandi, ið hava felagskøk, halda flest øll, at tað er sera hugnaligt at gera mat og at eta saman um kvøldarnar, og harumframt er lættari at koma í samband við fólk. Á flestu kollegium er gott studentalív, og hetta tykist serliga vera galdandi fyri tey, ið deila ein part av gerandisdegnum við øðrum. Leiguíbúð – á kollegii Leiguíbúðir eru eisini á flestu kollegium, eitt, tvey- og í summum førum trýrúmsíbúðir. Eittrúmsíbúðirnar eru vanliga eitt sindur størri enn kømurini og hava aloftast egnan køk og egið wc. Hesar eru roknaðar til ein persón, og kostnaðurin liggur um tað sama sum fyri eitt kamar. Tveyrúmsíbúðirnar á kollegiunum eru ætlaðar tveimum persónum, og her er lættast hjá einum pari at fáa innivist. Støddin á íbúðunum er ógvuliga ymisk frá staði til stað, men ein vanlig tveyrúmsíbúð er uml. 45-55 fermetrar við egnum køki og wc. Kostnaðurin er somuleiðis ikki tann sami allastaðni, men ein hóskandi prísur fyri eina tveyrúmsíbúð, sum er 50 fermetrar til støddar, er uml. kr. 3.300 Trírúmsíbúðirnar eru ikki nógvar í tali á flestu kollegiunum, og eru tær ætlaðar einum pari við barni. Tær eru eitt sindur størri enn

tveyrúmsíbúðirnar, og kostnaðurin uml. kr. 4.000-4.500. Leiguíbúð – í íbúðarfelagi Umframt leiguíbúðir á kollegium er møguleiki fyri at leiga eina íbúð, ið ikki hoyrir til eitt kollegii. Hetta verður aloftast gjørt við at skriva seg upp á bíðilistar í íbúðarfeløgum, og her er bíðitíðin ofta sera, sera long. Ikki er óvanligt, at donsk børn fáa eitt pláss á bíðilista í dópsgávu, soleiðis at íbúðin er til taks, tá ið tey flyta heimanífrá - bíðitíðin kann vera alt frá hálvum ári til tjúgu ár. Bíðitíðin er tengd at býunum og býarpørtunum, longsta bíðitíðin er í størru býunum, har flest ung eru í somu trongu skóm. Í hesum sambandi skal sigast, at – sum við so nógvum øðrum – so er lættast at fáa íbúð ígjøgnum onkran, ið kennir onkran, ið aftur kennir onkran annan, ið veit um onkran, ið hevur eina íbúð til leigu. Flestu íbúðirnar verða útleigaðar, áðrenn eigararnir nakrantíð fáa tíð at seta lýsing í bløðini. Lutafelagsíbúð Ein lutafelagsíbúð er ein partur av privatum lutafelagi. Um tú keypir ein part av eigindóminum, gerst tú eigari og limur í lutafelagnum, og saman við hinum limunum og eigarunum hevur tú ábyrgd av felags økjum. Av tí at tú skalt gjalda tín part í lutafelagnum, áðrenn tú flytir inn í íbúðina, verður leigan eitt sindur lægri enn fyri leiguíbúðir. Í mun til leiguíbúðir, har at gjalda leigu tykist sum at blaka pening í eitt stórt, svart hol, so er lættari at síggja peningin aftur í lutfelagsíbúðum. Tá ið tú vilt selja tín part av eigindóminum, sum skal ígjøgnum lutafelagið, hevur tú møguleika at betra um íbúðina, soleiðis at virðið hækkar.

Pisan 2005

23


Tú fært upprunaliga innskotið aftur, og á henda hátt kanst tú vinna pening uppá tín part. Vanligt er, at tú stendur á bíðilista til lutafelagsíbúðir, og tað er ikki óvanligt, at tú bert verður skrivað/ur upp, um tú hevur kenningar ella familju, ið búgva í sama eigindómi. Lutafelagsíbúðir eru ógvuliga væl umtóktar, men útboðið samsvarar tíverri als ikki við eftirspurningin. Kostnaðurin á lutafelagsíbúðum er ógvuliga ymiskur frá býi til bý, býarparti til býarpart og er tengdur at stødd, hvussu umhvørvïð er, og um hon er í góðum ella ringum standi. Eigaraíbúð Tað er ógvuliga óvanligt, at lesandi keypa sær eina íbúð, men harafturímóti er ikki óvanligt, at foreldur keypa eigaraíbúðir til børnini, so at tey hava tak yvir høvdið, tá ið lesnaðurin byrjar. Í flestu stóru útbúgvingarbýunum, bæði í Danmark og Bretlandi, eru eigaraíbúðirnar sera dýrar, og tí er hetta aloftast ein vánalig og sera kostnaðarmikil loysn hjá teimum lesandi. Sum við lutafelagsíbúðunum so er kostnaðurin á eigaraíbúðunum tengdur at bæði stødd, hvussu hon liggur fyri, í

hvørjum standi hon er og sjálvandi eisini at íbúðarmarknaðinum. Er stórur tørvur á íbúðum, so verða tær dýrari, og umvent. Eigaraíbúðirnar fáast somuleiðis við, at tú skrivar teg upp á bíðilistar í ymsu íbúðarfeløgunum. Búfelagsskapur Um tú flytir inn í ein búfelagsskap, er vanlig mannagongd, at tú fært títt egna kamar og hevur felags køk og wc. Um tú fært tað at rigga saman við hinum, er hetta ein frálíkur íbúðarháttur, og tú fert í øllum førum ikki at kenna teg einsamalla/n. Oftast kemur tú at búgva saman við øðrum lesandi, so tað kann - á nógvar háttir - bjóða uppá eitt ríkt studentalív. Ymiskt er, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri eitt kamar – hetta verður í flestu førum ásett eftir støddini á kamarinum í mun til samlaðu leiguna og talið á leigarum. Besti hátturin at koma inn í ein búfelagsskap, er at hyggja eftir uppsløgum á útbúgvingarstøðunum, nærmastu sølubúðum o.s.fr.

reint fakliga, og hon hevði gjørt upp við seg sjálva, at fyrsta árið nokk fór at verða ein spurningur um at koma í gjøgnum lesnaðin, og royna at fáa enska málið upp á pláss. Málið kom tó ikki at verða ein trupulleiki : ”Tað akademiska málið var eisini ein trupulleiki fyri tey enskttalandi, tí tað er jú ein nýggjur málsligur heimur fyri tey flestu.” Universitetið gav øllum útlendingum møguleika at fáa eyka undirvísing í enska málinum, men Jacoba tók ikki av tilboðnum, tí hon helt sjálv, at hon var væl fyri málsliga í mun til m.a. japansku og fronsku floksfelagarnar. Tætt samband millum lesandi og undirvísarar Eitt, sum Jacoba hevur verið sera glað fyri á Goldsmiths College, er tað góða sambandið millum tann lesandi og undirvísara. Undirvísingin var skipað soleiðis, at dagurin byrjaði við einum fyrilestri fyri allan árgangin við einum professara. Síðan vórðu flokkarnir á uml. 30 lesandi undirvístir av einum sokallaðum fakligum tutori. Undirvísingin tók støði í fyrilestrunum og var samansett av kjaki og uppleggum frá teim lesandi. Fakligu tutorarnar vóru ofta Phdlesandi, og høvdu kontórtíð hvønn dag í tveir tímar, har tú sum lesandi kundi fáa vegleiðing um pensa, uppgávur og annað fakliga relevant. Tú kundi eisini fáa afturmelding av uppgávum og uppleggum, tú hevði gjørt. Hetta upplivdi Jacoba sum rættiliga gevandi, tí eitt er at fáa eitt ummæli, men tað, sum veruliga gevur tær nakað, eru tær viðmerkingar, tú fært um arbeiðið, so at tú kanst arbeiða víðari og gera tað enn betri. Bústaðarviðurskifti og sosiala lestrarlívið Á Goldsmiths College var politikkurin tann, at universitetið tryggjaði øllum 1. árs-lesandi bústað. Jacoba tók tó ikki av hesum tilboðnum, men valdi í staðin at flyta inn í eini hús saman við fýra øðrum lesandi. Tað kostaði henni 3000 kr. um mánaðin, og tá hon eftir einum ári hevði funnið teir bíligu handlarnar og marknaðirnar í London, var tað ikki trupult at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Jacoba kom í samband við fólk frá nógvum ymiskum londum, og tað sær hon avgjørt sum ein fyrimun við at fara til London. Føroyingum kom Jacoba ikki so nógv saman við, men tað kom fyri, at hon møtti onkrum, sum kendi ein føroying o.s.fr. Keypmannahavn – here I come! Tá Jacoba var liðug við bachelorpartin, stóð hon yvir fyri valinum millum at taka ein mastergrad í London ella at fara til Keypmannahavnar at taka ein kandidatgrad. Hon valdi Keypmannahavn orsakað av tí, hon sjálv kallar ”tann akademiska gradueringin”, har heitið á útbúgvingini hevur rættiliga nógv at siga. Hon hevði hoyrt, at mas-

24

Pisan 2005

tergradin ikki var so høgt í metum í Danmark, og tískil valdi hon Keypmannahavn. Spurd um, hvussu hon upplivdi lesnaðin á KU samanborið við til Goldsmiths College sigur Jacoba, at alt var rættiliga øðrvísi. Knappliga skuldi tú klára alt sjálvur, og sjálvt skipanin á universitetinum var rættiliga ”fryst”. Jacoba heldur, at fremmandgjørda og ópersónliga sambandið millum undirvísara og tann lesandi beinleiðis er ein forðing fyri einari konstruktivari innlæring. Tú fært onga afturmelding annað enn eitt ummæli, og um tú skuldi havt tørv á vegleiðing, er tað trupult at fáa samband við ein, ið kann hjálpa tær. Her heldur hon avgjørt, at danir kundu lært nógv av skipanini á Goldsmiths College. Hon skoytir tó uppí, at tað kanska hevði verið øðrvísi, um hon var byrjað í Keypmannahavn, og soleiðis var ”uppald” í teirri skipanini. Tað, sum Jacoba iðrar seg mest um í samband við valið hjá sær, er, at útboðið av fakum á fólkalívsfrøðiligu deildini á KU er rættiliga avmarkað. Tú veitst ongantíð, um eitt fak verður boðið út aftur næstu lestrarhálvu, og tískil er torført at leggja lesnaðin til rættis, tí yvirbygnaðurin er hóast alt ikki so langur. Í London var tað meiri spesialiserað, og tú visti, hvørji fak vórðu boðin út hvørt ár. Tað eru tó tvey ting, ið Jacoba er glaðari fyri á fólkalívsfrøði á KU. Eitt er feltarbeiðið, har tú sum lesandi skal út at gera kanningar í samband við títt spesialið. Feltarbeiði var ikki ein partur av masterútbúgvingini á Goldsmiths College, og tað sær Jacoba sum ein vansa fyri eina útbúgving sum fólkalívsfrøði, ið jú leggur upp til, at tú gert kanningararbeiði útí í ”veruliga” lívinum. Eitt annað, ið Jacoba er glað fyri á KU, er, at so stórur dentur verður lagdur á tey metodisku fakini, har tú stutt sagt lærir, hvussu tú kanst gera kanningararbeiði, alt eftir hvat tú vilt kanna. Góð ráð til pisurnar Jacoba sigur seg hava eini góð ráð til tey, ið ætla sær út um Norðurlond at lesa: Hugsið eitt sindur um framtíðina. Ætla tit at taka alla útbúgvingina í t.d. London? Kannið møguleikarnar fyri at fáa yvirført fakini til t.d. KU. Og kanska enn longur: Hvar ætla tit at búseta tykkum eftir loknan lesnað, og verður ein mastergrad uppfatað sum tað sama sum ein kandidatútbúgving. Kanska sýnist tað eitt sindur nógv at hugsa um, tá ein situr í Føroyum og skal til at velja, men tað ger tað eitt sindur lættari í longdini. Men hvør sigur, at alt skal vera so lætt. Tú búnast eisini av øllum teim valunum, tú noyðist at taka, og onkuntíð er tað bara ikki lætt og einfalt. Onkuntíð noyðist tú at taka nøkur val, ið møguliga gera lestrartíðina eitt sindur longri enn á pappírinum!

Pisan 2005

53


London vs. Keypmannahavn

KDA

ST

KDA

Lesandi við børnum

Doris Bjarkhamar hevur samrøðu við Jacobu Kruse Jacoba hevur tikið bachelorgrad í fólkalívsfrøði og samskifti við ”Goldsmiths College”, sum er ein partur av London University. Hon tekur nú kandidatpartin í fólkalívsfrøði á Københavns Universitet. Hon sigur her frá, hvussu hon hevur upplivað lestrartíðina í London og síðan skiftið til Keypmannahavn.

valdi at fara til London, vóru viðurskiftini hjá føroyskum lesandi uttanfyri Danmark ikki so skipaði, sum tey eru nú, og hon fekk ikki nógva kunning um, hvussu hon skuldi fyrihalda seg til alt tað formella. Jacoba hevði havt bústað í Danmark, meðan hon hevði verið úti í heimi og ferðast, og tað vísti seg at vera loysnin hjá henni í siðsta enda. Sjálv hevði hon mestsum uppgivið at fara til London, tá hon, tann dagin lesnaðurin skuldi byrja, sat í Danmark og fekk eitt faks. Boðini vóru, at hon var upptikin sum ES-lesandi, og tað viðførdi, at lestrarkostnaðurin gjørdist munandi lægri. Jacoba fekk eisini játtað eitt ES-legat soleiðis, at lesnaðurin ikki kostaði henni nakað í skúlapengum.

Hví London? Jacoba hevur leingi vitað, at fólkalívsfrøði skuldi verða hennara lestrarleið, og eftir var bert eftir at sleppa inn í Keypmannahavn. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga. Hon slapp ikki inn, og gjørdi tí av at fara á eina longri ferð, har hon fann út av, at lestrarheimurin var størri enn Keypmannahavn, og heimkomin fór hon í holt við at finna ymisk lestrarstøð í Onglandi. Lestrarbyrjan í London Í flokkinum hjá Jacobu vóru 20–30 lesandi úr Umsóknartrupulleikar og væntandi kunning øllum heiminum. Tú fekst frá byrjan ein Jacoba søkti inn á nøkur universitet, har hon persónligan tutor, sum er eitt slag av kundi lesa fólkalívsfrøði. Á einum sonevndum vegleiðara. Tann persónligi tutorin skuldi taka ”open day” á Goldsmiths College fekk hon at sær av teim lesandi, og tú kundi altíð venda tær vita, at um hon søkti undir heitinum ”overseas til hann, um tú á ein ella annan hátt hevði student” (lesandi úr londum uttanfyri Bretland trupulleikar. Tutorin var ein góð hjálp hjá og ES), var henni mestsum tryggjað pláss á Jacobu ta fyrstu tíðina í London, og hon kundi universitetinum. Tað valdi hon so at gera, og ráðføra seg við hann um alt frá fíggjarligum ikki fyrr enn hon var sloppin inn, fann hon út av, viðurskiftum til persónligar trupulleikar. at hon nú hevði bundið seg til at gjalda ein ovurhøgan skúlapenging á uml. 100.000 kr. um Málið eingin trupulleiki árið. Tað skal skoytast upp í, at tá Jacoba í 1999 Jacoba metti, at málið fór at verða ein forðing

52

Pisan 2005

Hallbera West Fyri nýklaktu pisuna er tað eitt stórt stig at taka, tá ið farið verður undir hægri lestur. Nógvar avgerðir skulu takast, bæði viðvíkjandi vali av lesnaði og eisini hvør karmurin um lesnaðin skal vera. Spurningurin er, um ein torir at hætta sær út um føroysku landoddarnar langt burturi frá øllum tí kenda og trygga. Allir hesir trupulleikar tykjast óivað enn størri, um ein eisini hevur eitt ella fleiri børn at taka sær av, tí tá koma fleiri ivamál afturat teimum vanligu. Hvussu fer barnið at trívast? Kann lestrarlív og familjulív yvirhøvur sameinast? Harafturat eru eisini tey fíggjarligu viðurskiftini, sum kunnu ræða. “Kann eg klára meg við útbúgvingarstuðli einans?” Svarið til tann spurningin er nei, men tað nýtist tær heldur ikki! Fíggjarlig viðurskifti Um ein gerst við barn undir lestri, so fáa bæði mamman og pápin eyka SU klipp. Mamman fær 12 eyka klipp, sum svarar til 1 ár eyka SU, og pápin fær 6 eyka klipp, sum svarar til ½ ár eyka SU. Um ein hevur átt barn upp til 12 mánaðir, um ein er mamma, og upp til 6 mánaðir, um ein er pápi, áðrenn útbúgvingin byrjar, so kann ein eisini fáa nøkur eyka SU klipp. Hvussu nógv klipp, tú kanst fáa, er tengt at, nær barnið er føtt, í mun til nær útbúgvingin byrjar. Sum umrøtt aðra staðni í blaðnum, ber eisini til hjá uppihaldarum, sum búgva saman við øðrum SU-móttakara at søkja ískoyti. Einligir uppihaldarar eiga har umframt eisini rætt til dupultan SU. Allar hesar reglur kanst tú lesa

meira um á heimasíðuni hjá SU, www.su.dk. SU skipanin loyvir eisini lesandi við børnum at arbeiða meira enn onnur, men hetta er neyvan nakar fyrimunur, tí tað er ikki víst, at stundir er til nógv arbeiði, tá ið ein hevur børn umframt lesnaðin. Øll foreldur í Danmark, uttan mun til hvussu stóra inntøku tey hava, fáa barnakekkin, sum verður útgoldin hvønn ársfjórðing. Upphæddin er 3.370 kr. um ársfjórðingin fyri børn í aldrinum 0-2 ár. Fyri børn í aldrinum 3-6 ár er upphæddin 3.046 kr og fyri børn í aldrinum 717 ár er upphæddin 2.396 kr. Frá kommununi er møguligt at søkja um “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, men kann í mesta lagi vera 5.560 kr. um árið. Um tit hava rætt til “boligstøtte” frá kommununi, so verður hesin stuðul størri, tá ið ein hevur børn. Men bæði “boligstøtte” og “ekstraordinært børnetilskud” eru treytað av inntøku. Gjald av barnaansingarplássi er eisini treytað av inntøku. So um ein bert hevur SU at liva av, so verður plássið goldið av kommununi. Ein kann fara inn á heimasíðuna undir teiginum www.netborger.dk “selvbetjening”, her kann ein sjálvur rokna seg fram til, hvussu nógv ein hevur rætt til í “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og um ein hevur rætt til frípláss ella stuðul til gjald av plássi á ansingarstovni.

Pisan 2005

25


Familju– og lestrarlív

Hví útbúgva seg uttan fyri Danmark?

Upp á tann mátan eru vit meira privilegeraði í Føroyum. Man lærir seg sjálvan betur at kenna undir øðrum umstøðum. Ein lærir eisini samstundis at seta prís upp á tað, sum man hevur í Føroyum. Tað eru eisini fleiri møguleikar at fara við barninum til ymiskt, um man dugir at gagnnýta hetta. Horisonturin verður eisini víðkaður, børnini spæla bæði við íslendarar og danir. Tað ger, at ein er ikki so snævurskygdur, sum um ein búði í Føroyum.

Doris Bjarkhamar og Hjalmar Joensen eiga dóttrina, Hildur, sum er 2 ár. Doris lesur stjórnmálafrøði á 4. sem. og Hjalmar lesur til pedagog á 4. sem. Tey búgva á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn. Greinin er skrivað í 2003, tá Hallbera West hevði samrøðu við tey. Er torført at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, tá ið ein er lesandi og hevur eitt barn? Sum heild er tað ikki so trupult. Vit arbeiða í summarfrítíðini, og sum lesandi hava vit jú langa frítíð. “Full skattskylda” ger tað møguligt at vinna 21.000 kr. uttan at gjalda skatt, og tað ger stóran mun. Vit fáa eisini hjálp heimanífrá, um á stendur. Tað er heldur ikki líka nógv býarlív nú, sum tá ið ein ikki hevði børn, so upp á tann mátan, so nýta vit minni pengar nú enn áðrenn. Vit hava ikki so stóra inntøku, men vit hava heldur ikki so nógvar útreiðslur. Eru fyrimunir við at vera í Danmark og lesa? Ì Føroyum eru ikki somu veitingar sum í Danmark. Skipanin niðri er øgiliga góð fyri lesandi. Hetta er serliga galdandi, tá bæði eru lesandi. Tað er soleiðis, at um annar hevur arbeiði og eina hægri inntøku, so minka tær ymisku veitingarnar munandi. Ein verður eisini meira sjálvstøðugur. Í Føroyum eru fólk meira privilegeraði, hava vaskimaskinu, stór hús o.s.fr. Her býr ein saman við nógvum fólki og má læra at laga seg eftir umstøðunum, og tað ger, at ein setir prís upp á onnur ting. Ein er noyddur til at fara avstað á súkklu um morgunin, sjálvt um tað er frystandi kalt úti.

26

Pisan 2005

Eru vansar við at vera í Danmark og lesa? Tað ringasta er, at vit eru so langt vekk frá familjuni í Føroyum, serliga í próvtøkutíð hevði tað verið gott um familjan var nærri, so kundu vit fingið hjálp. Tað kann eisini vera ringt at náa alt, um børnini verða sjúk. Tað er jú torført at fáa alt. Vit vilja fegin hava, at okkara børn skulu vaksa upp í Føroyum. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, at tað er tí, hon er so ofta sjúk, tí vit búgva í Keypmannahavn. Tað liggur alla tíðina í bakhøvdinum. Man saknar náttúruna og umhvørvið í Føroyum. Her er meira innilokað. Í byrjanini, eftir at vit høvdu fingið Hildur, kendu vit okkum eisini eitt sindur einsamøll millum vinfólk okkara. Men nú byrja fleiri av teimum eisini at fáa børn, og tað ger stóran mun. Hvussu er kollegiilívið, tá ið tit hava eitt barn? Her eru nógv børn, og tískil nokk av børnum at spæla við. Tað er gott samanhald á gongini hjá okkum. Vit passa børn fyri hvønn annan. Hurðarnar standa opnar, tað er ógvuliga óformelt, og man kan lána frá hvørjum øðrum. Soleiðis er tað ógvuliga “føroyskt”. Her á Oyrasundskolleginum eru eisini nógvir fasilitetir so sum vaskirúm, spælirúm, spælipláss og føroyskur sunnudagsskúli. Tað er tó ikki nógv pláss, og eitt sindur av larmi er í vikuskiftunum. Tað er sum heild ikki so privat, og ein býr tætt upp at øðrum. Tað er lættari at búgva á Oyrasundskollegiinum, enn um vit nú búðu onkra aðrastaðni, tí her hava vit eitt størri netverk. Eru fyrimunir við at vera lesandi og hava børn? Ja, frælsið og tað at ein passar seg sjálvan. Hetta er serliga galdandi fyri Doris, sum ikki hevur møtiskyldu í skúlanum. Hjalmar hinvegin er viðhvørt í starvsvenjing og hevur tí ikki sama frælsi. Í tíðini undir starvsvenjing merkir ein,

Tú mennir tín málførleika. Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meria fjøltáttað, og tí lond gerast meira bundin at hvørjum øðrum. Hetta er ikki minst galdandi fyri smá lond. Mál lærir tú best í tí landi, har tað verður tosað. Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir. Tað, sum tú lærir við at búgva í einum øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Kunnleiki til aðrar mentanir kann hava avgerandi týdning eitt nú innanfyri sølu og lýsingar í samband við útflutning. Tú styrkir tína persónligu meinning. Tú ert einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi. Tryggleikin frá familju og vinfólkum er langt burturi. Tú noyðist at byrja av nýggjum sosialt – finna tær nýggjar vinir. Tað er eingin ivi um, at hetta er við til, at tú gerst sjálvstøðug/ur. Og tað er mennandi fyri sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til. Tú setir eina fakliga menning í gongd.Tú hevur nógv at læra í útlondum á serøkjum. Minst líka so týdningarmikið sum servitanin er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin. Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá. Tú fært roynt ævintýrhugin. Indiana Jones býr í okkum øllum. Ein longsul

eftir ævintýrinum, tí ókenda. Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin at fara burtur. Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá. Tú ert noydd/ur at fara burtur fyri at fáa júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á júst ta útbúgvingina her ella í Danmark. Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. Tú vísir yvirfyri einum komandi arbeiðsgevara, at tú dugir at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at tillaga teg. Vansar Tað kunna sjálvandi eisini vera vansar og trupulleikar tengdir at útbúgving í útlondum. Her skal eg einans nevna nakrar, sum tann einstaki sjálv/ur má taka støðu til og royna at taka hædd fyri: Tað kann vera kostnaðarmikið. Tað kann vera torført. Tað kann vera vágið. Tað kann gera, at útbúgvingin kemur í drag. Tað er ikki lætt at vita , hvussu tú skal fara fram. Men spyr á: Altjóða Skrivstovuni J.C. Svabos gøta 14 postboks 272, FO-110 Tórshavn – Tlf. 322065 Fax 35 25 01 ask@ask.fo www.ask.fo

Pisan 2005

51


Fysioterapi í Danmark spøl, renna stafett, syngja, dansa og skapa sær. Men stuttligt var tað, og á onkran hátt deiligt at bróta ísin soleiðis beinavegin. At skula byrja at ganga í skúla aftur var løgið. Eg skuldi venja meg við at vera lesandi - gera skúlating, finna ein lesibólk og ikki minst finna sjálvdisciplinina fram aftur. Tað ringasta fyri meg var at finna eina rútmu, hvussu eg skuldi leggja mær tíðina til rættis, so eg hevði tíð til skúlating, frítíðarítriv, vinfólk og meg sjálva. Hvussu er sambandið við floksfelagarnar? Flokkurin, sum eg gangi í, er sera góður, og vit hava eitt sera gott samanhald. Eg havi gott samband við øll í flokkinum, øll eru fitt og løtt at tosa við. Eg havi tó best samband við tey, sum eisini búgva í Keypmannahavn (eg lesi í Næstved og búgvi í Keypmannahavn, so vit eru nøkur, sum fylgjast hvønn morgun í tokinum).

AHJ

Samrøða við Gunvør Hofgaard úr Havn Hví søkti tú inn á útbúgvingina? At tað akkurát skuldi vera fysioterapeut, sum eg skuldi lesa, tók mær langa tíð at koma fram til. Eg visti, at eg vildi arbeiða við menniskjum - hevði í fyrsta umfari hugsað um pedagog, lærara, lækna og tannlækna. Men eftir at eg hevði arbeitt sum vikar og í barnagarði, visti eg, at tað ikki skuldi vera tað. Tá eg so setti meg at skriva "motiveraðu" umsóknina, fann eg útav, hvat eg best kundi liva meg inn í, og hvat veruliga hevði mín áhuga - mannakroppurin, kropsligar rørslur og tað at koma í samband við fólk bæði kropsliga og sálarliga. Eg søkti eisini inn til ergoterapeut men hevði fyisoterapeut sum fyrsta prioritet. Eg søkti bara til Danmarkar, tað er jú tað lættasta - tað lokkaði tó eisini, at nógv vinfólk eisini vóru har. Eg havi eisini búð 7 ár í Danmark, so tað var ikki eitt so stórt kultursjokk fyri meg. Hvussu var at byrja? Eg var ógvuliga spent at byrja, hevði summarfuglar í búkinum. Vit byrjaðu við at skula á rústúr - hetta tó bert í ein dag og eina nátt var nervøs fyri, hvussu tað fór at vera, eg hevði jú ikki møtt nøkrum frammanundan og var líka við ikki at fara. Løgið og spennandi at skula møta so nógvum nýggjum fólki í senn – at spæla

50

Pisan 2005

hvussu arbeiðslívið er. Tá ið ein gongur í skúla, gongur tað bara út yvir teg sjálvan, um tú ikki gert tað, tú skalt. Man er tí meira fleksibul, tá ið ein gongur í skúla, og tað kann vera ein fyrimunur, tá ið ein hevur børn. Fyri barnið kann tað eisini vera ein fyrimunur, við tað at ein kann avheinta tey á stovninum fyrr um dagin, og tey noyðast ikki altíð at líka tíðliga avstað um morgunin. Tey kunnu eisini hava frí viðhvørt. Tær longu frítíðirnar eru avgjørt eisini ein fyrimunur. Ein skal heldur ikki standa yvir fyri einum arbeiðsgevara, tá ið børnini eru sjúk. Um tú dugir at planleggja dagin, so gongur tað nokk. Lyklaorðið er planlegging. Eru nakrir vansar við at vera lesandi og hava børn? Tað er treytað av lesnaðinum. Hvussu nógvar tímar tú hevur í skúlanum. Ein vansi er tó, at tað kann vera ringt at fáa stundir til at gera skúlating. Tá ið ein arbeiðir, so hevur ein frí, tá ein kemur heim. Vit fáa tó meira burtur úr nú, enn áðrenn Hildur varð fødd (tey hava bæði eisini roynt lestrarlívið uttan barn). Tá svóvu vit meira og

skipaðu ikki dagin eins og nú. Um vit høvdu hug til at gera okkurt annað enn skúlating, so gjørdu vit bara tað. Hvat vildu tit sagt, um onkur í Føroyum ivaðist í, um tað ber til at lesa, meðan ein hevur barn/børn? Tað ber væl til. Ein skal bara vera fyrireikaður upp á tað og vera meira effektivur og planleggja dagin hjá sær betur. Tað kemur alt av sær sjálvum. At fáa børn er ein kollvelting fyri teg, uttan mun til um tú lesur ella ikki. Góð ráð til komandi lesandi? Tað ræður um at innstilla seg upp á tað og at taka tað, sum tað kemur. Tað er týdningarmikið ikki at trýsta seg sjálvan og ikki lata seg imponera av hinum. Um ein planleggur dagin rætt, so ber alt til, sjálvt um ein er lesandi við barni/børnum. Um ein hevur eitt barn, so er ikki víst, at tað ber til at vera við til øll tey sosialu tiltøkini. Tað er tó týdningarmikið at royna at vera við í onkrum og soleiðis vísa áhuga. Ikki geva upp hóast alt. Tað er bara at gera øðrum greitt, at ein hevur eitt barn. Fólk skilja tað nokk!

Hvussu er við danska málinum? Av tí, at eg havi búð so nógv niðri áður, er tað ikki ringt fyri meg at tosa og úttala danskt. Men eg haldi tað viðhvørt vera torført at formulera seg rætt og havi ofta spurt um okkurt, har eg haldi meg hava formulerað meg rætt, men har onnur slett ikki vita, hvat eg meini við, men so hjálpir tað viðhvørt, at eg kann vísa, hvat tað er, eg meini við. Tey í flokkinum hava onkuntíð flent eftir mær, men tað má bara vera harvið. Er munur á miðnámsútbúgving og hægri lærustovni? So avgjørt! Her er ongin, sum kannar, um tú hevur gjørt skúlating, og tá meginparturin av skúlatingunum er lesing, so er tað upp til ein sjálvan at gera tað. Í skúlanum, sum eg gangi á, er øll undirvísingin floksundirvísing. Eg kann ímynda mær, at tað á unversitetsútbúgvingum krevst størri sjálvdisciplin, tí størsti parturin av undirvísingini eru fyrilestrar. Á hægri lærustovni er tað mesta upp til ein sjálvan: Hvussu nógv tú lesur, at finna ein lesibólk, keypa bøkur, kopiera tilfar o.s.fr. Tað kunnu vera bæði fyrimunur og vansar við tí, man skal í øllum førum venja seg við tað – tað skuldi eg í hvussu er.

Pisan 2005

27


Mánaðurin hálvrunnin og ikki eitt oyra eftir av studninginum! Eitt evarska lítlið kollegiekamar, sum fer við meira enn helminginum av einastu mánaðarligu inntøkuni – SU. Bøkur eru dýrar, og um tú hevur hug til biograf og annað tílíkt, ja, so er ikki nógv eftir til dagligt breyð. Fyri framman stendur so enn ein mánaður við pasta og ketsjupp á matarkortinum! Katrin D. Apol Er hetta ein myta, at lesandi í stóran mun savna sær kolhydratini í gjøgnum pasta og ketsjupp? Er fíggjarstøðan veruliga so ring hjá teimum, sum eru undir útbúgving? Ræðusøgurnar Tú hevur óivað hoyrt onkran í foreldrageneratiónini tosa um, hvussu neyðugt var at venda hvørjari krónu, tá tey vóru undir lestri, og um hvussu innbúgvið einamest var sett saman av gomlum ølkassum úr træi. Ja, skjótt kann vera at mála “Hin Illa” á veggin, og tú aftrar teg møguliga at fara undir lestur av somu orsøk. Hetta eigur tó als ikki at ræða teg, tí so ring er støðan hóast alt ikki. Sjálvandi er stórur munur á, alt eftir hvar í heiminum, tú lesur. Eisini spælir tað ein ávísan leiklut, hvussu langt tú hevur í skúla, og tískil hvusssu nógvan pening tær nýtist at brúka til flutnning. Tað er tó helst einki annað land í heiminum, sum veitir eins góðan og stóran lestrarstuðul sum júst Danmark, sum eisini veitir tær stuðul, um tú lesur uttanfyri Føroyar. Hetta inniber tó ikki, at tú livir nakað luksuslív við tínum SU.

Herskylda Rúnar Reistrup Værnepligtslovens §1, stk. 3 (lovbekendtgørelse nr. 1088 af 23. December 1998): ”Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have opholdt sig der i mindst 10 år, kan af indenrigsministeren eller den statsamtmand, indenrigsministeren be-myndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgningen om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har mod-taget pålæg om at møde for sessionen, jf. §13, stk. 2” Tær gomlu treytirnar fyri at sleppa undan herskyldu hjá føroyingum (og grønlendingum) í Danmark vóru, at tú hevði ”serligt tilknýti til Føroyar” og at tú bara ”fyribils var búsettur í Danmark”. ”Serligt tilknýti” til Føroyar innibar at minst eitt av foreldrunum skuldi vera føtt í Føroyum, meðan tað einki hevði at siga hvar tú sjálvur var føddur. Hetta kundi gerast ein trupuleiki hjá monnum, ið eru føddir og uppvaksnir í Føroyum, og tí kenna seg sum føroyingar, men har hvørgin av foreldrunum var føddur í Føroyum.

Tilvenjing Tú hevur møguliga verið burtur frá skúlanum í nøkur ár, og hevur tískil vant teg við at umsita lutfalsliga nógvan pening til egna nýtslu og sokallað luksus. Tað kann tí vera eitt stórt umskifti brádliga bert at hava lítlan brotpart av hesum peningi at klára seg fyri. Tí eru fyrstu ráðini, at tú skalt savna tær eina hampuliga stóra uppsparing, sum tú kanst hava at taka til, um tað gerst neyðugt. Tí satt er tað, at tað kann vera tungt at fáa endarnar at røkka saman einans við SU. Tað ber til Sjálvdisciplin og tilrættislegging eru av stórum týdningi, um einasta inntøkan er SU. Harvið er so eisini sagt, at tað ber til! Eisini uttan at tú skalt seta spartanska rættin við pasta og ketsjupp á menu´ina fleiri ferðir um vikuna. Tað er sjálvsagt ein spurningur um raðfesting. Tú sært skjótt, at tað kann verða neyðugt at droppa nakað av tí verðsliga fyri at hava ráð at keypa tær bøkurnar, tú hevur brúk fyri. Tí man vera best við eini uppsparing til fyrstu tíðina, tá nógvar stórar og dýrar grundbøkur skulu keypast. Nevnast kann, at um tú t.d. lesur løgfrøði ella medisin skalt brúka nakrar túsund krónur til bøkur á hvørjum ári. Um tú hevur langan veg í skúla, kann vera neyðugt at keypa sær buss-kort, og tað kann kosta rættiliga nógv. Um tað tí á nakran hátt ber til, er ofta nógv bíligari í longdini at keypa sær eina súkklu. So fæst eisini eitt sindur av frískari luft umframt “motión”. Kanska ert tú ikki vanur við at gera

Undantak kundi tó gerast, eisini um bæði foreldrini vóru fødd í Danmark, men tá skuldi helst søkjast í góðari tíð. Treytin um ”fyribils uppihald” í Danmark var ikki altíð líka einføld at avgera. Her mátti ’Værnepligtstyrelsen’ meta í hvørjum einstøkum føri, um persónurin leyk treytina. Tó var tað greitt, at føroyingar, ið einans vóru niðri í útbúgvingarørindum, sluppu undan. Men eftir lokna útbúgving er ringt at siga, hvat er fyribils. Er tað 2 ár, ella 10? Føroyingar koma eisini viðhvørt niður at arbeiða eina tíð, og hvør einstakur persónur skal metast av herskyldustýrinum. Grundað á fyrisitingartrupuleikar eru treytirnar tí broyttar. Tann 1. januar 1999 kom omanfyri standandi lóg í gildi. Hetta inniber, at tú kanst søkja um at verða frítikin frá herskyldu í Danmark, við at vátta, undir revsilógarinnar §163, at tú í alt hevur búð 10 ár í Føroyum – ikki er neyðugt, at tað hevur verið samanhangandi.

Vesterbrogade 17 A, 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 Fax 33 23 15 88 Upplýsing 33 23 15 86 Heimasíða: www.faroehouse.dk Teldupostur: postur@faroehouse.dk KDA

28

Pisan 2005

KDA

Føroyahúsið

Pasta og ketsjupp—ein myta?

Pisan 2005

49


ferðir bíligari í longdini og so fært tú umframt kropsliga venjing eisini fríska luft at vakna av. Ein súkkla er sostatt ein tann besta íløgan, tú kanst gera sum lesandi í Danmark, sjálvt um almenna ferðasambandið er rættiliga væl útbygt og lætt at brúka. Bústaðarviðurskifti Í størru býunum eru bústaðarviðurskiftini í løtuni ikki av teimum bestu, kanska serliga ikki í Keypmannahavn, har bíðilistarnir bæði til lestraríbúðir o.a. eru ómetaliga langir. Tíbetur fyri okkum kann sigast, sleppa vit sum føroyingar høgt upp á bíðilistan av tí at vit búgva so langt frá útbúgvingarstovninum. Við hesum er tó ikki sagt, at tú ert tryggjað bústað frá lestrarbyrjan, og mong kenna tunga túrin inn á skrivstovurnar, sum umsita lestrarbústaðir.

KDA

møguleikarnir eru óteljandi! Eins og aðrastaðni kring heimin eru danir eisini farnir at ganga heilt nógv á kafé, og so skjótt sólin um várið sendir nakrar smædnar strálur av himni, so verða borð og stólar sett útum. ”Fortovskaféir” eru sostatt partur av donsku gerandismyndini, ikki minst í stóru lestrarbýunum Keypmannahavn, Århus, Aalborg og Odense, og eru tað ikki minst tey lesandi, sum vitja hesi støðini. Sjálvt um Keypmannahavn ber dám av stórbýi, so er skjótt at sleppa burtur úr bilosinum inni í býnum. Størri enn so er býurin ikki! Á súkklu skalt tú neyvan nýta meira enn 30 min. til nærmastu strondina ella skógin, og við toki er sjálvsagt nógv skjótari. Um tú tískil ikki hevur hug at búgva inni í býnum, so er eingin trupulleiki at seta búgv í einum forstaði og so koyra í toki ella bussi inn í býin til undirvísing. Ikki er neyðugt at seta fleiri tímar av til flutning, um so er! Tín besti vinur Tað er ikki uttan orsøk, at vit føroyingar nevna Danmark fyri Flatlond. Brekkurnar og fjøllini eru ikki nógv og tí kann ein súkkla gerast kærkomin vinur. Tá tú hevur vant teg við at ferðast á tveimum hjólum kring býin, sært tú skjótt, hvussu stórar fyrimunir tað hevur við sær. Tað er í veruleikanum oftast minst líka skjótt at súkkla sum at ferðast við toki ella bussi og so eru síðuvinningarnir heldur ikki uttan týdning. Tað er fyrst og fremst so nógvar

48

Pisan 2005

Eitt fjøltáttað land Tað er kanska í so nógv sagt at rópa Danmark eitt multietniskt land, men eins og í nógvum av hinum londunum í Europa eru lutfalsliga nógvir tilflytarar seinnu árini komnir til landið. Her er talan um beinleiðis tilflytarar úr øllum heiminum, men eisini hevur verið tikið ímóti lutfalsliga nógvum flóttafólki. Hetta er sjálvsagt við til at seta dám á gerandismyndina, serliga í størru býunum. Fólkini taka í nógvum førum egna mentan við til landið og hevur hetta serliga gjørt matstovuyrkið meira litríkt. Tú finnur tískil bæði afrikanskar, turkiskar, nepalesiskar, brasilianskar og australskar matstovur, umframt tær meira vanligu italiensku og meksikansku. Halalslaktarar og bíligir grønthandlarar eru á hvørjum gøtuhorni og geva tær møguleikan at sleppa ein stuttan túr til Miðeystur gjøgnum tónleikin, luktin av orientalskum kryddaríum og øðrum eksotiskum matvørum. Úr Danmark er lætt at ferðast til onnur lond í Europa, og danir ferðast rættiliga nógv. Á hvørjum ári verður peningur settur av til minst eina uttanlandsferð, og hjá mongum er eisini ein skíðferð obligatorisk á hvørjum ári. Hesum gera lesandi útisetar sær eisini dælt av, nú teir sleppa undan at gjalda dýra ferðaseðilin úr Føroyum afturat. Skjótt og bíligt er t.d. at fara eitt langt vikuskifti til París ella Rom, men eisini er lætt at taka teltið við sær ein túr yvirum Oyrasundsbrúnna til Svøríkis. Og so at enda… Tað tekur bert góðar tveir tímar við flogfari at koma heim til Føroya at vitja mammuna!!!

egin innkeyp, og tað er sannniliga eisini nakað, sum krevur venjing. Neyð lærir tó sum kunnugt nakna kvinnu at spinna, og skjótt finnur tú fram til, hvussu nógv pengapungurin hjá tær orkar. Um tú býrt á kollegii við felagskøki, ber ofta til at sleppa við í ein sokallaðan matbólk. Tá verður matgjørt til nógv fólk í senn. Á henda hátt ber til at spara nógvan pening til mat. Eitt hugskot kann vera at leggja eina mánaðarliga fíggjarætlan. Kanska flennir tú bert við tankan og hugsar : „Sovorðið danskt fjas at venda hvørjari krónu“. Veruleikin er tó tann, at tað kann løna seg í síðsta enda! Set tær t.d. fyri at kanna tína eginnýtslu í ein mánað ella tveir. Soleiðis gerst tú greið/ur yvir títt egna brúksmynstur og sært óivað skjótt, á hvørjum økjum tú kanst ella eigur at spara. Hvat ger tað tá, um tú henda eina ella tveir mánaðirnar gav tær far um, hvat peningurin fór til?

nýtist ikki at rinda lánið aftur, fyrr enn tú ert liðug/ur at lesa. Minst tó til, at tað SKAL rindast aftur. Kokkaevnini einasta forðingin Fyri at venda aftur til spurningin, sum settur varð í fyrstuni, so man niðurstøðan vera tann, at um tú hevur hugflogið og evnini til matgerð, so er als ikki neyðugt at seta pasta og ketsjupp á borðið fleiri ferðir um vikuna. Tað er í veruleikanum ein spurningur um raðfesting, sum við so mongum øðrum. Sjálvandi er ymiskt, hvørjar fastar útreiðslur fólk hava, og teinurin millum heim og skúla hevur stóran týdning, tí flutningur er ofta dýrur. Uttan iva fært tú tó ráð at seta eina steik á borðið við hvørt.

Arbeiði við síðuna av Ein møguleiki er sjálvandi at fáa sær arbeiði við síðuna av lestrinum, men her eigur tú at vera varðin. Tað kann vera torført at koma inn í eina lesirútmu og eitt arbeiði kann órógva almikið. Best er helst at bíða við at byrja at arbeiða, til tú hevur funnið ein góðan arbeiðshátt og lært at leggja tær tíðina til rættis. Tá er, sum áður nevnt, gott við eini uppsparing. Eisini skal havast í huga, at talan í ongum føri kann vera um eitt fulltíðararbeiði, sjálvt um undirvísingartímarnir kanska ikki eru so nógvir. Fáir tímar merkja nevniliga ofta, at tú í staðin skalt nýta nógva tíð eftir skúlatíð til fyrireiking og lestur. Metast má í hvørjum einstøkum føri um, hvussu nógv tú kanst loyva tær at arbeiða við síðuna av. Eisini ber til at leita sær vegleiðing hesum viðvíkjandi á teim ymisku lestrarstøðunum. Seinasti útvegurin Ógvuliga nógv lesandi velja at taka SU-lán fyri at stuðlu uppundir fíggjarliga. Hetta er sjálvsagt eitt ógvuliga kærkomið tilboð til teirra, sum av onkrari orsøk hava tað fyri neyðini. Tú mást tó ansa eftir ikki bara at fella fyri freistingini, tí peningurin skal eisini rindast aftur. Nógv eru tey, sum hava hugsað, at tey einans ætla sær at taka láni í einar tveir mánaðir fyri at sleppa uppundan. Hesir tveir mánaðirnir gerast skjótt fleiri og áðrenn tú veitst av tí, stendur tú í stórari skuld. Tí eigur tú at hugsa teg væl um, tá tú velur at taka av lestrarláninum. Fyrimunurin við einum lestrarláni fram um onnur lán er tó stórur. Rentan er lág, og tær

Pisan 2005

29


Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar gjørdu tá reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Seinni eru onkrar lógarbroytingar gjørdar. Stuðulsstovnurin umsitur í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum londum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan.

at tey eru fylt 18 ár. Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli. Tey, ið eru undir 18 ár Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul). Bókastuðul verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august í skúlaárinum. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrarhálvu, tvs. fyri 1. januar fáa kr. 1.648 og teir, ið fylla seinnu lestrarhálvu, tvs. 1. januar ella seinni, fáa kr. 3.296. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhaldsstuðulin er kr. 1.731 í 11 mánaðir.

Tær 5 stuðulsskipanirnar eru

ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – umsitin av Stuðulsstovninum) SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte) ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU) Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – Ferðastuðulin innanoyggja umsitin av Stuðulsstovninum) Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við Meginreglan í skipanini er, at allir næmingar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum) fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Ásett er, at fyri 20 túrar aftur og ÚS-skipanin Henda skipan er ætlað teimum, ið lesa í fram millum heimabústaðin/ útbúgvingarbústaðFøroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnu- in og skúlan skal næmingurin gjalda kr. 100. Næmingurin fær útflýggjað eitt elektroniskt og hægri skúlum. kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla. Treytin Upphæddir skúlaárið 2004/2005: fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er Stuðul/ ár í Stuðul um galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

11 mðr.

mánaðin

Heimabúgvandi

kr. 25.399

kr. 2.309

Útibúgvandi

kr. 38.082

kr. 3.462

Lán

kr. 24.156

kr. 2.196

Tey, ið eru 18 ár og eldri Øll, ið eru 18 ár ella eldri fáa vanliga útbúgvingarstuðulin, um tey uppfylla treytirnar. Hesi hava eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir

30

Pisan 2005

SU-skipanin Meginreglan er, at føroyingar, ið lesa í Danmark og í øðrum útlondum, fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborgarar. Hetta vil siga, at føroyingar, sum lesa uttanlanda, fáa stuðul úr Danmark. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar: Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera alment góðkend av lestrarlandinum. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum. Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum

kór eru kring landið, ítróttarfeløg, føroyskir skúlar, dansifeløg, róðrarfeløg, listafeløg, andaligir felagsskapir o.s.fr., so í veruleikanum kanst tú í stóran mun halda fast við ítrivini heimanífrá saman við øðrum føroyingum. Dansikvøld, konsertir, róðrarstevnur, listaframsýningar o.a. verða eisini skipað eftir føroyskum leisti og við føroyskum tilfari fleiri ferðir á hvørjum ári. Hetta er tó sjálvsagt tengt at, at tú velur ein av størru lestrarbýunum, har grundarlagið fyri føroyskum felagsskapum og tiltøkum er størri. Í veruleikanum so ber væl til at lesa í eitt nú Keypmannahavn uttan sum so at koma í samband við danska samfelagið – harvið ikki sagt, at hetta verður viðmælt. Tú kanst lættliga varðveita ein gamlan vinarbólk heimanífrá, í frítíðini kanst íðka ítrótt við føroyingum, ganga á føroyskari kaffistovu, vitja føroyskar listaframsýningar, drekka føroyskt øl, fara á føroyskt diskotek o.s.fr. Tá ið goymslan av føroyskum matvørum er uppi, ber enntá til at keypa eitt nú turran fisk. Føroyska felagslívið er tó til at sleppa uttanum. Valið er fult og heilt upp til tann einstaka, tí tað ber væl til at lesa í Danmark uttan yvirhøvur at hava samband við aðrar føroyingar. Um tú býrt í eitt nú Århus ella Keypmannahavn, skalt tú bara halda teg burtur frá stóru kollegiunum, ávíkavist Skjoldhøj kollegiet og Øresundskollegiet, ið hjá summum virka sum lítil føroysk bygdarsamfeløg, har fólk alla tíð ganga á gátt hjá hvør øðrum. Sjálsagt er rættiliga sannlíkt, at tú hittir onkran føroying á gøtuni, men á sum heild er lætt at liva og skipa seg sum einsamallan føroying á sama hátt, sum tú vildi gjørt aðra staðni úti í heiminum. Um tú helst vilt standa á egnum beinum, so er tískil eingin forðing fyri tí. Tað góða er, at í Danmark hevur tú eitt val! Um tú knappliga ein dag fært tørv á einum gomlum vini, so finnur tú hann helst ikki so langt burturi. Útbúgvingarskipanin Danmark fylgir væl við í menningini av altjóða samfelagnum, og eisini á útbúgvingarøkinum er landið høgt í metum. Danmark hevur eitt rættiliga breitt og ikki minst dygdargott útboð av útbúgvingum og útbúgvingarstovnum. Á so at siga øllum økjum kanst tú fáa eina útbúgving á høgum altjóða støði í Danmark. Tann danska og tann føroyska miðnámsskúlaskipanin eru bygdar eftir sama leisti og tískil er lætt at fáa skil á, hvat krevst fyri at sleppa inn á ymsu útbúgvingarnar – bæði tá hugsað verður um karakterir og um kravda støðið í ymsu lærugreinunum. Flest allar útbúgvingar í Danmark eru undir KOT, ið er samskipaða upptøkuskipanin fyri

hægri lesnað. Tikið verður upp til útbúgvingarnar á tveir ymsar hættir: Kvota 1 og kvota 2, har hugt verður at ávíkavist karakterum og lívsroyndum (les meira um upptøkuskipanina á www.kot.dk). Universitetini eru fleiri og liggja spjadd kring landið í Keypmannahavn, Roskilde, Lyngby, Odense, Århus og Aalborg. Nógvar útbúgvingar verða bodnar út á fleiri universitetum, men eru ikki eins í uppbygnaði alla staðni. Í Aalborg og á RUC í Roskilde verður t.d. stórur dentur lagdur á bólkaarbeiði, og so at siga øll undirvísing verður stýrd út frá hesum, meðan hetta á hinum lærustovnunum verður lagt í hendurnar á tí einstaka. Í Danmark eru eisini tveir handilsháskúlar – annar er í Keypmannahavn og hin í Århus. Sum heild kann sigast, at flestu stóru útbúgvingarstovnarnir liggja í størstu býunum, tó eru m.a. læraraskúlar, pedagogskúlar, fysioog ergoterapeutskúlar og maskinmeistaraskúlar eisini at finna í smærru býunum kring landið. Danir Føroyingar eru ofta fullir í fordómum, tá talan er um danir. ”Teir tosa so nógv og eru so yvirfladiskir” ljóða klichéirnar, sum eru at hoyra millum føroyingar. Við fyrsta eygnakast kann hetta tykjast vera rætt, men um tú hyggur nærri, so vísir tað seg ofta, at samband er millum upprunan hjá fólki og talutíttleikan. Ofta eru tað stórbýarfólkini, sum tosa mest, meðan hini kanska ikki eru so nógv øðrvísi enn eitt nú føroyingar. Tí sigst eisini, at føroyingar hava lættari við at knýta vinarbond við donsk ”bygdarfólk”. Um tú tó sært burtur frá, hvussu væl t.d. kjøpinhavnarar eru skornir fyri tungubandið, so eru vit helst ikki so ólík kortini. Vit eru heima í Føroyum vaksin upp við donskum sjónvarpssendingum, donskum undirvísingartilfari og vit flenna gjarna at Linie 3 og syngja ”vi er røde, vi er hvide” undir liðini á teimum, tá danir eru umboðaðir í altjóða fótbóltskappingum. Vit hava helst nógv meira til felags við danir, enn vit vilja viðganga, harav ein rættiliga grundleggjandi fyrimunur kann vera ein heldur eins humor. Frítíðin Sjálvt um Danmark er eitt lutfalsliga lítið land, so eru møguleikarnir óteljandi, um hugsað verður um frítíðarítriv. Sjálvandi er hetta tengt at hvørjum býi tú lesur í, men størru býirnir hava alt, tú kanst vænta av einum stórbýi. Tú kanst m.a. standa á vatnskíðum, rógva í kajakk, ganga til dans, spæla íshockey, boksa ella onnur kanska minni kropsliga krevjandi ítriv so at ganga til vín- ella ølsmakking, til sjónleik, ballett ella kanska opera. Ja,

Pisan 2005

47


At vera lesandi í Danmark

KDA

Katrin D. Apol Tú heldur kanska longu, at tú kennir landið, søguna, mentanina o.s.fr., men um tú velur Danmark sum lestrarland, gerst tú skjótt klókari. Grannatjóðin í ein landssynning úr Føroyum hevur nevniliga nógv annað og meira at bjóða enn H.C. Andersen, reyðarpylsur, wienarbreyð, Dannebrog og roligans. Hesi seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at føroyingar leita sær út um Ríkisfelagsskapin at nema sær útbúgving, og tí hevur Danmark - sum tað traditionella lestrarlandið hjá føroyingum - ofta verið sett upp ímóti restini av heiminum, tá tosað hevur verið um lestrarlond. Antin kanst tú velja Danmark, ella kanst tú velja restina av heiminum. Sett upp á henda hátt, er tað eyðsýnt, at Danmark beinanvegin kemur í ringt ljós, og at um valið stendur ímillum ”stóru verð” ella løttu pakkaloysnina, Danmark, er ”rætta” valið helst eins eyðsýnt. Tú skalt tó ikki gloyma, at eisini Danmark er partur av ”stóru verð” og kann í roynd og veru vera eitt minst líka spennandi og á mangan hátt eksotiskt lestrarland og tey á øðrum longdar- og breiddarstigum. Tí sjálvt um tú

46

Pisan 2005

kanska óteljandi ferðir hevur vitjað landið sum ferðafólk, so er tað als ikki tað sama sum at vera búsitandi har. Ein sannroynd er tað í øllum førum, at uml. 95% av øllum lesandi føroyingum velja at útbúgva seg í Danmark. Tí er tað heldur einki yvir at dylja, at sannlíkindini fyri at fáa ein føroying sum granna eru so nógvar ferðir størri í Danmark enn aðra staðni í heiminum. Henda tryggleikan og kensluna av ikki at vera so langt heimanífrá dámar nógvum væl, og í fleiri av teim størru býunum ber til at finna lítil føroysk samfeløg. Føroyskt felagslív ella ei Tryggleikin kann í mongum førum vera ein hjálp ta fyrstu tíðina, eftir at tú ert fluttur til býin at lesa, tí nógv er at fáa greiðu á við lestrarbyrjan, bæði pappírarbeiði, ymisk praktisk viðurskifti og so tann obligatoriski mentanarhvøkkurin. Í hesi trongu tíð kann vera gott við góðum, gomlum vinfólki, tá alt annað er nýtt og kanska ikki til at finna høvd ella hala á. Í Danmark eru nógv føroyingafeløg, og eru tey spjadd kring alt landið, men er tað tó rættiliga ymiskt, hvussu væl feløgini virka og hvussu nógv tiltøk verða fyriskipaði. Í stóru býunum eru høli til føroyingar burturav, og eru ymiskir felagsskapir knýttir at húsunum. Fleiri føroysk

fulltíðarlestur. Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt samanhangandi lestrarár. Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark.

livikostna til útbúgvingar uttanfyri norðurlond, er møguligt at fáa stuðul til livikostnað í upp til tvey ár frá Stuðulsstovninum. Stuðulstovnurin letur upp til kr. 120.000 um árið í skúlagjaldi og kann harafturat veita lán um skúlagjaldið er Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er, at hægri. Harafturat kann nevnast at lesandi undir føroyingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta ÚSUN-skipanini eisini hava rætt til ferðastuðul. er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki Fyri at veita ÚSUN-stuðul setur Stuðulsstovnurin hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá sum treyt, at SU góðkennir útbúgvingina – Frederiksberg kommunu, har SU hevur heima- undantak kann tó gerast. Víst verður til krøvini bústað. undir yvirskriftini ”SU-skipanin”. Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inniheldur fylgjandi (reglurnar eru tó ikki heilt eins í øllum norðurlondum): Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi, fæst vanliga stuðul frá heimlandinum. Heimlandið avgerð hvørjar útbúgvingar hava rætt til stuðul. Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr. beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og sum hava fast arbeiði har. Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandinum.

Málslig fyrireikingarskeið Í ÚSUN-skipanini er frá 1. august 2004 og fram til 31. desember 2006 ein royndarskipan sett í verk, ið veitur stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskt talandi lærustovnum í ikki enskt talandi londum uttan fyri Norðurlond. Henda skipan er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur á ikki enskttalandi lærustovnum uttan fyri Norðurlond. Les meira um skipanina á heimasíðu okkara.

ÚSUN-skipanin ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka eina hægri útbúgving uttanfyri norðurlond. Stuðul kann eisini latast til tey, ið taka støðislestur (foundations studies) eftir lokna miðnámsútbúgving, um so er, at hetta er ein fortreyt fyri at sleppa undir hægri lestur. Harafturat kann stuðul veitast til skiftislestur á hægri útbúgvingum undir ávísum treytum.

Í vegleiðingini til ferðastuðul til lesandi uttanlands, ið liggur á heimasíðu okkara, kanst tú lesa um treytirnar fyri at fáa ferðastuðulin.

Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.

Ferðastuðulin skal ikki søkjast fyrrenn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið. Hetta merkir at t.d. ein, ið byrjar lesturin um heystið í august-september mánaða, kann ikki søkja um ferðastuðul fyrr enn várlestrarhálvan byrjar í januar-februar mánaða og skal hava søkt áðrenn várlestarhálvan endar, Meginreglan er at Stuðulsstovnurin letur stuðul t.v.s. at umsóknarfreistin fyri hesi er 31. juli. til skúlagjald og SU letur stuðul til livikostnað. Fyri tey, sum byrja lesturin um várið t.d. í Av tí at SU í mesta lagi veitir stuðul í 4 ár til januar mánaða, kann ferðastuðulin ikki søkjast

Hesar upphæddir eru galdandi fyri stuðulsárið 2004/2005: Danmark

Europa

Aðrastaðni

(- Danmark og Grønland)

Lesandi

kr. 3.715

kr. 5.000

kr. 7.000

Børn: 0-1 ár

kr. 305

kr. 500

kr. 700

Børn: 2-15 ár

kr. 2.490

kr. 3.350

kr. 4.700

Børn: 16 ár

kr. 3.715

kr. 5.000

kr. 7.000

Pisan 2005

31


fyrr enn í august mánaða, og er umsóknarfreistin kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, fyri hesi 31. desember. áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig Verkætlanarstuðulin innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er, kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har at stuðla lesandi føroyingum á hægri formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast lærustovnum í Føroyum og uttanlanda í samband til: við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt, c/o Føroya Kærustovnur við at veita fíggjarligan stuðul til ferðina millum Skálatrøð 20 lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal Postsmoga 45 gerast. FO 110 Tórshavn. Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul, skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkennast av útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur stuðul fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda stuðul tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini. Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um stuðul eftir at verkætlanin er liðug.

Heimasíðan Á heimasíðu okkara - www.studul.fo - kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi. Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivstovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15.00. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Stuðulsstovnin.

Stuðulin verður ikki útgoldin fyrrenn Stuðulsstovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í samband við verkætlanina. Stuðulin verður tann skalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 6.000. Síðani verður peningurin goldin á kontu í einum peningastovni.

Stuðulsstovnurin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Tlf.: 35 68 00 Faks.: 35 68 01 T-postur: studul@studul.fo Heimasíða: www.studul.fo Kærumøguleikar Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni Vesterbrogade 49, Vesterbro Torv, København V (inngongd undir stóru trappuni) Møti hvørt leygarkvøld kl. 19.00 Sunnudagsskúli hvønn sunnudag kl. 11.00 á Oyrasundskolleginum (børnerummet) Bussarnir 6A og 28 steðga beint uttanfyri kirkjuna. Nærhendis steðga eisini 1A, 14 og 15. Uml. 8 min. at ganga frá Hovedbanegården, Uml. 5 min. frá Føroyahúsinum.

-/alisfrøði breytini eru útbúgvingarnar B.Sc. í kolvetnisverkfrøði, B.Sc. í ravmagnsverkfrøði, B.Sc. í teldufrøði og B.Sc. í jarðalisfrøði. Verkfrøðingaútbúgvingarnar taka 3½ ár, meðan hinar taka 3 ár. Bachelorútbúgvingarnar innan náttúrufrøði og verkfrøði frá Náttúruvísindadeildini geva góðar starvsmøguleikar innan fleiri vinnugreinir, millum annað frálandavinnuna, KT-vinnu, fjarskifti, ídnaðarmenning og innan aðrar vinnugreinir, ella í fyrsitingarstørvum, sum krevja holla vitan innan náttúruvísindi og tøkni og verkfrøði. Eisini geva útbúgvingarnar saman við høvuðsgrein undirvísingarførleika í miðnámsskúlum og á hægri skúlum. Afturat hesum er ein B.Sc. í KT-frøði, sum er ein útbúgving, skipað sum „Opið Setur“; hetta er 2½ ára hálvtíðarlestur omaná teldustøðingaútbúgvingin (datamatikaraútbúgving) ella líknandi. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur, so studentarnir kunnu vera í vinnu hálva tíð, meðan teir taka útbúgvingina. Søga, mentanarfrøði og samfelagsfrøði Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum ber til at taka bachelorprógv og masterprógv í ávikavist søgu- og mentanarfrøði og í stjórnmálafrøði. Lesturin er skipaður soleiðis, at fyrsta árið er felags, meðan hini bæði árini eru fyri seg. Bachelor- og masterútbúgvingin á Søgu- og samfelagsdeildini geva undirvísingarførleika í søgu ella stjórnmálafrøði á miðnámsskúlum og á hægri skúlum og lærustovnum. Útbúgvingin gevur góðar starvsmøguleikar har hollur kunnleiki í føroyskari søgu og føroyskum samfelagsviðurskiftum er krav, t.d. í fjølmiðlum, fyrisiting og á granskingarstovnum.

Visti tú at....   á Setrinum eru 139 innskrivaðir studentar  á Setrinum eru tilsamans 9 BA/BS-útbúgvingar 3 MA útbúgvingar   á Setrinum er 8 Ph.D. studentar  á Setrinum eru 20 vísindafólk  á Setrinum eru 6 professarar  á Setrinum eru 7 adjungeraði vísindafólk  á Setrinum eru sera góðir møguleikar at sleppa til hini Norðurlondini. Tú kanst fara á norðurlensk skeið og lesa á universitetunum í grannalondunum umvegis Nordplus skipanina.   játtanin hjá Setrinum er 19,1 milliónir   heimasíðan er: www.setur.fo   Telefonirnar eru: Føroyamálsdeildin 35 25 20 Náttúruvísindadeildin 35 25 50 Søgu- og samfelagsdeildin 35 25 80 Setursskrivstovan 35 25 00

Øll eru hjartaliga vælkomin Góður felagsskapur í kristnum umhvørvi Meira fæst at vita frá Atla Rasmussen tlf. 32 96 99 95 og Albin Johannessen tlf. 32 88 68 79 ella teldupost pr@eliaskirkjan.dk www.eliaskirkjan.dk

32

Pisan 2005

Pisan 2005

45


FRÓÐSKAPARSETRIÐ – ein føroyskur møguleiki Fróðskaparsetur Føroya bjóðar: 



Nám á altjóða stigi, við góðum møguleika hjá hvørjum einstøkum studenti at vera í fokus og seta sín dám á undirvísingina. Undirvísing á føroyskum við støði í føroysku náttúruni, umhvørvi-num, mentanini, listini, søguni, bókmentunum, málinum - stutt og greitt so bjóðar Fróðskapar-setrið heimsins bestu undirvísing í Føroyum.

Endamálið hjá Fróðskaparsetrinum er at bjóða undirvísing á hægsta stigi. Fróðskaparsetrið er einasta universitet í heiminum, sum bjóðar undirvísing við støði í føroyskum viðurskiftum og føroyskari gransking. Sum lesandi á Fróðskaparsetrinum verður tú partur av einum úrvaldum liði. Fjarstøðan millum studentarnar og undirvísarar er lítil og tú situr ikki sum ein av 267 í stórum undirvísingarhølum. Tú hevur møguleikan at koma í dýpdina við júst teimum spurningunum, sum tú heldur vera mest áhugaverdar. Útbúgvingartilboðini Á Setrinum eru tríggjar megindeildir. Deildirnar taka ikki studentar upp á hvørjum ári, men eftir plássi og fíggjarligari orku. Føroyamálsdeildin hevur bachelor og masterútbúgvingar í føroyskum/norðurlendskum máli og bókmentum. Náttúruvísindadeildin hevur bachelorútbúgvingar í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalisfrøði, teldufrøði, matvørufrøði, lívfrøði og kunningartøkni.

44

Pisan 2005

Søgu- og samfelagsdeildin hevur bachelorútbúgvingar og masterútbúgvingar í stjórnmálafrøði og søgu- og mentanarfrøði. Føroyskt mál og bókmentir Á Føroyamálsdeildini kanst tú taka eina fullfíggjaða masterútbúgving við høvuðsgreinalestri í máli og bókmentum. Talan er um eina sera fjølbroytta og væl dagførda útbúgving. Bachelor- og masterútbúgvingin geva undirvísingarførleika í føroyskum máli og bókmentum á miðnámsskúlum og á hægri skúlum og lærustovnum. Útbúgvingin gevur góðar starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki í føroyskum er krav, t.d. í fjølmiðlum, fyrisiting og á granskingarstovnum. Náttúruvísindi Á Náttúruvísindadeildini eru tvær lestrarbreytir. Báðar enda við Bachelor of Sciense (B.Sc) prógvi. Onnur breytin er lív-/evnafrøðilig, hin er stødd/alisfrøðilig. Tað eru 6 ymiskar bachelorútbúgvingar (B.Sc.) í útbúgvingarskránni á Náttúruvísindadeildini. Á lív-/evnafrøðiligu breytini eru útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í matvørufrøði. Á stødd

SU-skipanin Katrin D. Apol At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SUskipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar. Hvat er SU? SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin vegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað. Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa vanliga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini. Norðurlond Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen eftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SUstudning, um tú supplerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkaðan pening við síðuna av studninginum. Les meira um tað í

næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár. Onnur lond Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚSstuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SUstyrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í

Pisan 2005

33


hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini hjá SU-styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-styrelsen. Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestraraktiv/ur. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum. Stutt lestraruppihald uttanlands Um tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú hoyrir til, og ikki SU-styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend. Mannagongd Áðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pappírsarbeiði o.ø., alt eftir hvat land tú flytir til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt p-tal - tað sonevnda cpr-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum nevniliga at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum cprnummari, sjálvt um tú fert aðra staðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt cpr-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað. Um tú flytir til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt cpr-nummar, fyrr enn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í. Cpr-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú

34

Pisan 2005

kemur ikki langt uttan eitt slíkt, tí er neyðugt beinan vegin at kunna vísa á ein bústað. Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Ofta kann ganga nakað av tíð áðrenn umsóknin kemur í gjøgnum fyrstu ferð orsakað av stóra trýstinum á SU-styrelsen serliga í aug.-sept.. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri fyrstu tíðina. Klippikortið SU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið). Umframt ásetta talið av klippum er møguligt at søkja um eyka klipp í samband við barnsburð. Her er galdandi, at mamman vanliga fær 12 eyka klipp, sonevnd ”fødselsklipp” í samband við barnsburð og pápin fær 6 eyka klipp. Uppihaldarar, sum bæði eru lesandi kunnu í ávísum førum søkja um eyka ískoyti. Ein nýggj lóg kom eisini í gildi í 2004, sum ger tað møguligt hjá einligum uppihaldarum við børnum at fáa eyka klipp. Hendan lógin hevur við sær, at einligi uppihaldarin hevur møguleika at søkja um eitt eyka klipp hvønn mánað, tvs. dupult útgjald hvønn mánað. Møguligt er eisini at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði. SU-myndugleikarnir

Á teknistovu í “heimsins besta landi” Hetta kærleiksforhold sæst aftur í nógvum byggjaríi, har byggilistin letur seg ávirka av náttúruni. Bæði at hann virðir náttúruna og tískil tillagar bygningin til staðið og eisini nýtir hana sum íblástur. Tískil sæst beinleiðis munur á einum bygningi, um hann liggur í fjøllunum, við vatnið, í skóginum ella í býnum.

Nina Alberg Arge er ein av teimum mongu, ið hevur valt at fara í starvsvenjing, og fáa hesa góðskrivaða sum part av útbúgvingini. Nina lesur byggilist í Århus, og var eitt hálvt ár í starvsvenjing á eini teknistovu í Oslo í Noregi.

Nina Alberg Arge

Orsøkin til, at eg valdi at fara til júst Noregs í praktikk var einføld: Eg komi úr og ætli mær aftur at arbeiða í einum fjallalandi og lesi í einum pannukøkulandi. Tað sigur seg sjálvt, at útbúgvingin hjá mær – byggilist - fer at vanta okkurt. Og ikki bara okkurt, men kanska eitt av teimum mest umráðandi økjunum innan byggilist yvirhøvur: At skilja og virða landslagið og umhvørvið, tú byggir í. Flatar markir, múrsteinshús, bókatrø, danskur forstaður... Hetta er ikki júst mest viðkomandi og hugkveikjandi økið hjá einum føroyskum byggilistlesandi at arbeiða við, ella jú, men kanska ikki í longdini. At munurin á norskum og donskum tilgangi til byggilistarlig mál var so stórur, hevði eg tó ikki væntað ella torað at vónað. Nú hava norðmenn eitt heilt serligt forhold til náttúruna hjá sær. Um tú spyrt ein oslobúgva, hvørji virði hann sær í býi sínum (ein nýmótans býur við uml. 1 mio. íbúgvum og øllum hugsandi hentleikum) svarar hann: “At so stutt er at koma út í náttúruna”. Mitt í viku sært tú teir klædningsílætnar við stressmappu, mobilos og LattéToGo, men so skjótt vikuskifti er, strúka teir avstað til frítíðarsmáttuna, har teir klintra í fjøllunum, standa á skíðum, hugna sær......

Skandinaviskir arkitektar sum heild bera orð fyri at hugsa náttúruna inn í arbeiðið hjá sær. Ivist ikki í, at danir eru eins væl førir fyri hesum sum norðmenn, munurin er bara, at náttúran ikki spælir ein líka stóran leiklut í danska samfelagnum sum í tí norska - føroyska, íslendska, grønlendska.... Tað er ikki bert landslagið, ið ávirkar stílin. Veðurlag, samfelag og siðvenja seta eisini sín dám á. Eisini á hesum økjum eru vit nærri grannar við Noreg enn við Danmark. Eitt orð, millum mong onnur, ið eru felags fyri málini bæði, er orðið tún (tun), ið hevur sama uppruna sum enska orðið town. Á norskum og føroyskum er hetta heiti fyri útiøkið millum hús og úthús. Christian Norberg-Schultz skrivar í bókini, Stav og laft, at hetta “tun” veruliga hevur verið, “býurin” hjá norðmonnum. Hetta er ein góð lýsing av, hvussu avbyrgd og smá samfeløgini hava verið. Norberg-Schultz heldur hetta vera eina møguliga orsøk til, at tað enn í dag er so torført hjá norðmonnum at skapa ein rættuligan stórbýardám. Noreg er kosið “heimsins besta land”. Her er vakurt, sera vakurt, málið lætt at skilja, fólk blíð og stemningurin kennist “heimligur”. Í heila tikið er tað undrunnarvert, at so fáir føroyingar leita sær hendan vegin at lesa. Kann sjálv viðhvørt iðra meg um, at eg ikki endaði her av fyrstan tíð. Ikki tí, at tað altíð er tað besta at fara til eitt umhvørvi, ið líkist nógv tí, sum ein kemur frá. Tó slepst ikki undan at ávísar útbúgvingar – í størri ella minni mun – eru tengdar at ávísa staðnum, lisið verður í.

Pisan 2005

43


fyrilestrar, so er onkur, ið ringir og spyr, hvussu tú hevur tað og sigur tær, hvat undirvísingin snúði seg um í dag o.s.fr. Sosial samvera við teimum, tú lesur saman við, kann eisini hjálpa tær at skapa tær ein útbúgvingarsamleika. Tey evni, tosað verður um, tá tú ert saman við lestrarfeløgum, eru nevniliga ofta tengd at útbúgvingini. Henda møguleikan hevur tú ikki, um tú – sum føroyingar flest – helst heldur saman við øðrum føroyingum. Tað er sera ymiskt, hvussu fólk arbeiða saman, og sostatt eisini hvussu ein lesibólkur kann verða nýttur, so eg taki her støði í egnum royndum hesum viðvíkjandi, sum einfalt dømi um arbeiðslag í lesibólki. Á sumri ´99 fór eg undir at lesa Fólkaheilsufrøði á Universitetinum í Keypmannahavn. Hetta var tá ein spildurnýggj útbúgving, og kanska varð nettupp tí gjørt nógv burtur úr, at tey lesandi skulu trívast væl. Longu á rústúrinum vórðu øll sett saman í lesibólkar, fýra í hvørjum bólki. Soleiðis høvdu vit frá byrjanini eitt netverk á útbúgvingarstaðnum, og nøkur, sum vit kendu serliga væl og kundu miða í móti um morgnarnar, tá vit komu stunandi inn í risastóru fyrilestrahølini á Panuminstituttinum. Fyrstu lestrarhálvuna møttust vit

í lesibólkinum eina ferð um vikuna, einar tveir tímar hvørja ferð, og vit avgjørdu nakrar dagar frammanundan, hvat tað skuldi snúgva seg um. Sum oftast var tað okkurt, vit høvdu lisið ella evni úr fyrilestrunum, og vit avgjørdu so at hetta og hatta evnið skuldu vit hittast og royna at fáa greiðu á. Hetta eydnaðist ikki altíð, men fýra heilar hugsa hóast alt betur enn ein. Haraftrat síggi eg tað sum ein fyrimun, at tað er neyðugt at endurgeva og greiða frá tí, tú hevur lisið, tá tú situr í einum lesibólki. Soleiðis festir vitan seg betur, og tú ognar tær hana á ein heilt annan hátt, enn um tú bara hevur lisið tað í einari bók. Lesibólkurin varð eisini nýttur, tá uppgávur skuldu skrivast. Serliga tey fyrstu árini var tað ein fyrimunur, at vit kendu hvønn annan, so vit sluppu undan at finna okkum nýggjar bólkar hvørja ferð okkurt skuldi gerast í felag. Við tíðini komu vit tó eisini at kenna onnur á útbúgvingini væl, og valdu tískil at arbeiða saman við øðrum eisini. So við og við er tørvurin fyri at hittast blivin minni, so nú hittast vit mest, tá vit lesa til próvtøku. Harumframt eru vit sjálvsagt blivin sera væl eftir at hava lisið saman so leingi, at vit eisini hittast ofta til prát, hugna og til at fara ein túr í býin.

skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær. Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið. Upphæddir SU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Lestrarárið 2005/2006 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving og eru fylt 18 ár studning sambært hesi talvu:

Upphædd pr. mðr. Heimabúgvandi

2.296 kr.

Útibúgvandi

4.618 kr.

Ískoyti einligir uppihaldarar Ískoyti til uppihaldara, sum býr saman við øðrum SUmóttakara Handikapp ískoyti

4.618 kr.

Lestrarlán

2.364 kr.

Sluttlán

6.094 kr.

Eyka SU-lán til uppihaldarar

1.182 kr.

660 kr. 5.875 kr.

SU-stuðul verður skattaður Studningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at føroyafrádráttur (sí grein um føroyafrádrátt s. 43) ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 500-600 kr. um mánaðin. SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnar ikki eru rættar, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá. Lestrarlán Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SU-stuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán.

42

Pisan 2005

SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænur eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum. Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SUstuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán. Sluttlánið kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava tað við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán. Afturrindan av lánunum Tá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal byrja er tengt at hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. Tvs. um tú t.d. verður liðugur 30. juni 2005, skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2007. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera, at rinda aftur áðrenn tíðina. Nærri upplýsingar Henda greinin er so ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SUskrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at byrja at lesa. Um tú skalt aðra staðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU á suudlu.dk. Annars er heimasíðan hjá SU-styrelsen er rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www.su.dk

Pisan 2005

35


Arbeiði og SU Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum. Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2005 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 5.875 kr. = 70.500 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 21.221 kr. um árið fyri hvørt barnið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru "studie-inaktiv", hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 14.673 kr. um mánaðin. Frával av SU-klippum Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í "klippikortinum" hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni. Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 14.673 kr. 5.875 kr. = 8.798 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast afturat tí vanligu fríupphæddini uppá 70.500 kr. um árið. Ársinntøkan 2005 (uttan SU) - ársfríupphæddin 2004 8.798kr.

36

Pisan 2005

Lesibólkar

Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir. Føroyafrádrátturin og fríupphæddin Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt allan føroyafrádráttin (65.000 kr.), kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp. Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 28.240 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 28.240kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi. Hevur tú tískil eina hægri arbeiðisinntøku enn 28.240 kr. um mánaðin aftan á lokna útbúgving, verður ein partur av studninginum kravdur aftur. Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum eina ferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

= Talið á frávaldum klippum

KDA

Marin Strøm Flestu føroyingar eru lítillátnir, og kanska eitt sindur smædnir at vísa fram síni evni. Tískil kann fyrsta upplivilsið í auditoriunum á hægru lestrarstovnunum kennast sum ein smeitur, tá tú situr millum 50-80 ókend andlit, og dupult so nógvar hendur, sum óført verða havdar á lofti, fylgdar av onkrari meira ella minni klókari viðmerking. “Tá tú fert undir víðari lesnað, kann tann fyrsta tíðin tykjast sum eitt satt kultursjokk!”. Hesi orð hevur nýklakta pisan óivað hoyrt óteljandi ferðir, á lestrarstevnum, á miðnámsskúlanum og kanska eisini frá familju og vinfólkum, ið sjálvi hava royndir á hesum øki. Tey hava tó kanska ikki sagt tær, at eitt, ið kann hjálpa tær í fyrstu ørkymlandi lestrartíðini, er at finna tær ein lesibólk. Ein lesibólkur er – ikki so óvæntað – ein bólkur av lesandi. Hvussu nógv, ið vanliga eru saman í einum lesibólki, er ymiskt. Summa staðni er talan ikki um beinleiðis lesibólkar, men meira um lesimakkarar, t.d. hjá teimum, ið lesa til lækna. Vanliga man tó vera talan um, at 3-5 lesandi á sama árgangi eru í einum bólki. At hava ein lesibólk er aloftast sjálvboðið, eins og tað er upp til tey lesandi sjálvi at finna útav, hvussu ofta tey vilja hittast og hvat, ið hesin lesibólkur skal nýtast til. Tað er vert at kanna, hvussu lesibólkar verða gjørdir á tí

útbúgvingini, tú søkir inn á. Summa staðni verður tað latið upp í hendurnar á teimum lesandi sjálvi at skipa fyri. Gloym í so fall alt um føroyskt lítillætni og smædni og spyr teg fyri, so tú fært ein lesibólk. Nógvir lesibólkar broytast so við og við, so tað er ikki so, at tú bindur teg til sama bólk eitt heilt lestrarskeið. Eg vil meta, at ein lesibólkur hevur stóran týdning, tá tú ert farin undir hægri lesnað, og tað eru fleiri orsøkir til tess. Fyri tað fyrsta er tað ein fakligur fyrimunur, tí at tú fært gjøgnumarbeitt tað tilfarið, tú arbeiður við á ein betri hátt, so at tú eisini minnist tilfarið betur. Harumframt verður á hægri læristovnunum stórur dentur lagdur á, at tú skalt duga at fyrihalda teg kritiskt til tað, tú lesur ella skrivar. Hesum viðvíkjandi er tað ein stórur fyrimunur, at tú hevur ein lesibólk, har tit kunnu kjakast um lisna tilfarið. Ofta koma onnur sjónarmið fram, ið tú als ikki hevur hugsað um, ella onkur kann hava skilt okkurt á ein annan hátt enn tú – og kanska er okkurt, ið tú als ikki hevur skilt, so tú kanst fáa hjálp frá hinum í bólkinum. Umframt fakligu fyrimunirnar er eisini tann sosiali parturin, ið ikki skal undirmetast. Finnur tú ein lesibólk, ið tú trívist væl í, so hevur tú vunnið tær vinir og eitt netverk, ið kann hjálpa tær alla tína lestrartíð. Kemur tú ikki til

Pisan 2005

41


(Lestrar)tíðin – njótið hana! nógv størri avbjóðing, enn vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum...... Sjálvt um vit hildu okkum vera so stinn í fremmandamáli, so finst skjótt út av at ringt kann vera at skemta, kjakast ella at greiða heilt nágreiniliga frá onkrum, tá ið vit alla tíðina inni í høvdinum skulu umseta ella leita eftir einum hóskandi orði. Ofta fær hetta okkum til at siga minni og gerast meiri afturhaldin. Onnur halda okkum vera stygg og kanska enntá eitt sindur “rotin”, og vit sjálvi kenna okkum misskilt og sett í eina heilt aðra rollu, enn vit eru von við. Føroyska lítillæti, ið so væl og virðiliga er trúttað niður í okkum gjøgnum ár og dag ger ikki støðuna betri. Knappliga er ikki nóg mikið at vera fitt/ur og úr góðari ætt, vit noyðast fyri fyrstu ferð í lívinum at nýta albogarnar fyri at sleppa framat, og er hetta sera torført, serliga í byrjanini....

Nina Alberg Arge Tey siga, at lestrartíðin er besta tíðin, tey við teimum afturtráandi brosunum. Ringt at skilja, Mong eru ráðini, hvussu vit sleppa best frá hesi men ok! – tað ljóðar gott, so latum okkum gleða byrjan. Alt frá hvussu vit gerast populer í okkum! Kom nú besta tíð, kom ann! klassanum, til hvussu vit best fara undir nýggja lesturin. Tó er hetta ymiskt frá persóni til Hmmm............so lætt er tað tíverri ikki. Sakin persón, hvørji ráð eru viðkomandi. er tann, at sum við so mongum øðrum, er ábyrgdin fyri at fáa eina góða tíð í síðsta enda Míni einastu felags ráð til tykkum eru tí: altíð okkara egna. 1) At ikki vera bangin fyri at loypa út í tað og nýta orku uppá at fella til. Og at vera erlig og Fortreytirnar fyri, at júst lestrartíðin skal blíva opin um, hvørji ið tit eru og hvar, ið tit koma góð, eru tó til staðar. Vit eru flutt heimanífrá og frá. avgera nú sjálvi, hvussu vit velja at innrætta Og 2) At geva tykkum tíð, ikki bert í byrjanini, dagin. Føroyska samfelagið, slaturin og men gjøgnum øll árini at steðga á at hugsa um, fordómarnir røkka ikki longur eftir okkum.Vit hvat ið tað er, ið tit vilja hava burtur úr hesari eru í einum nýggjum og áhugaverdum (lestrar)tíðini? lestrarumhvørvi við nógvum ungum og “Lestrar” í klombrum, tí ikki er tað bert fakliga, stuttligum fólkum rundan um okkum. Sum oftast ið vit eiga at mennast og búgvast hesa tíðina. í einum nýggjum býi og/ella landi við nýggjum Vit eru ung og frí og skulu finna okkum sjálvi og spennandi møguleikum. heilt sjálvi. Hvørji eru vit í mun til útbúgvingina, Tíanverri uppliva tó flestu av okkum, at eftir vinfólkini, familjuna, heimlandið, karrieruna? eina tíð gerst alt hetta nýggja og spennandi Hvussu nógva orku vilja vit leggja á hvørjum øki? knappliga ov nógv av tí góða. Mentunnarsjokk, Hetta er umráðandi at gera upp við seg sjálvan, heimlongsul og ótryggleiki trokar seg inn á tí ongin nær alt. okkum. Hetta er umráðandi at vera fyrireikaður uppá og at góðtaka, at hetta er eitt stig, vit Og hví ikki seta sær fyri at gagnnýta árini í noyðast ígjøgnum. útlegd, ið kunnu viðføra heimlongsul, samleikakreppur ella annað ringt á besta hátt? Vit hava, hóast ymisk lív og lestur, eitt í felag, Heimurin og møguleikarnir eru opnir! Hetta eiga tað at vera føroyingur. Og hetta viðførir, um vit vit at fáa sum mest burturúr á øllum økjum, vilja tað ella ikki, nakrar avbjóðingar, ið ikki fakliga og menniskjansliga. altíð eru bara, bara: At flyta til eitt annað land við heilt øðrum Hvussu vit mennast, er serstakt fyri hvønn av spælireglum enn heima. At vera burtur frá okkum, ábyrgdin er bert okkara egna. Lívið er familjuni og teimum kæru langa tíð í senn. At ein gáva (ið ikki ber til at fáa pengarnar aftur tosa eitt annað mál enn okkara egna, ið er ein fyri), vit hava skyldu til at njóta tað!

40

Pisan 2005

Føroyafrádráttur Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti.

4/12 av teimum 65.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum.

Hvat er Føroyafrádráttur? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. Greið frá:

Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

·at tú er føroyingur undir útbúgving ·at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til ·at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Treytir:

Minst til:

Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

·at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.

·At tú var búsitandi í flytingina til lestrarlandið

Føroyum,

áðrenn

·At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum ·At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan ·At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar Eru undantøk? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini. Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin? Fyri ár 2005 er føroyafrádrátturin uppá 65.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá

·at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári. Um tú fært noktað føroyafrádrátt. Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. Kann føroyafrádráttur nýtast til SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið:”Vederlag for tjenesteydelser”. Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur. Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt. Hvussu leingi? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri

Pisan 2005

37


normeraðu lestrartíðini + 2 ár. Um tú ikki fert heim Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina.

Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Ráðgevingin

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Full skattskylda í Føroyum Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 24.000 kr ( febr. 2005). Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna ella LFÚ-ráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglurnar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu eina ferð. Broytingarnar vóru hesar: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um lesandi og

38

Pisan 2005

lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Tollog Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru: 1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna 2) at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna 3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um T & S biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða T & S frá um møguligar broytingar í útbúgvingini Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skattskylduna er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (24.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Vanligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.

HNP

Ruth Dal-Christiansen (h.m.) og Randi Johansen átaka sær at hjálpa kleimdum útisetum. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur tú trupuleikar á nevndu økjum, so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráðgevararnir hava tagnarskyldu, eingin verður heldur skrásettur, og tí kanst tú óttaleyst venda tær til teirra - eisini anonymt. Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viðurskiftum sum SU-stuðul, bústaðarmøguleikum, føroyafrádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðli, bistandshjálp osfr. Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupulleikar, so kunna ráðgevarnir vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp og vegleiða um, hvagar tú kanst

venda tær. Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 E-mail: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30, mikudag 14.00 – 18.00 fríggjadag er stongt.

Pisan 2005

39

Pisan 2005  

Pisan 2005

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you