Page 1

PISAN 2011

MFS.FO


PISAN 2011

VITJA OKKUM Á MFS.FO

Blaðstjórar: Birita í Dali Marin Helena Hentze Blaðfólk: Birita í Dali Marin Helena Hentze Jógvan Svabo Samuelsen Rannvá Clementsen Cecilia Nolsøe Poulsen Ann Krista í Dali Bára Jákupsdóttir Rættlestur: Erling Isholm

Alt tilfar okkara er at finna á alnótini

Uppseting: Martin Mohr Olsen

Hug at gerast limur í MFS? Til ber sjálvandi at melda seg til á heimasíðuni. Øll tiltøk okkara vera lýst á heimasíðuni, saman við týðindum og greinum.

Prent: Oddi Prent mfs@mfs.fo www.mfs.fo www.mfs.fo/pisan Samband: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. nr. (+45) 31 76 85 88 E-mail: mfs@mfs.fo

2

PISAN 2011

Eisini eru leinkjur víðari til allar myndir okkara, sjónbond, plakatir, bløðini Fjølnir og Pisan, sambandsmøguleikar og mangt, mangt annað. Vit royna at leggja nógva orku í heimasíðuna og vónandi finnur tú eitthvørt áhugavert at lesa ella síggja.

Minnist til at vit eisini eru á Facebook

Í skrivandi stund eru fleiri enn 800 fólk vinir við okkum á Facebook, ætlanin er sjálvandi at vit eru nógv fleir. Kom og blív vinur við okkum á: facebook. com/meginfelagforoyskrastudenta, soleiðis ert tú kunnað/ur um øll tiltøk okkara. 1


INNIHALD 004 - Oddagrein, “Góðu Miðnámsskúlanæmingar” 006 - Um MFS & Nevndirnar 008 - Skotland, University of St. Andrews 012 - Ach du lieber! SAE Institute í Berlin 016 - Svøríki, Malmo Hogskola 022 - Skotland, University of Aberdeen 044 - Læraraseminar á Zahle í Kbh. 048 - Go For It! Margmiðlasniðgevi í Kbh. 050 - At nerta við lívið 054 - Samfelagsvísing á Setrinum 058 - Føroysk Jura Lesandi 060 - Búskaparfrøðilesandi í Keypmannahavn 062 - Filosofi á Københavns Universitet

FJARLESTUR Hildur, Fríðun og Birna búgva allar í Havn. Men tær lesa allar ein Master á Roskilde Universiteti sum fjarlestur. s. XXX

FØROYA LÆRARASKÚLI Lærarayrkið er sera fjølbroytt. Tú arbeiðir við børnum í nógvum ymiskum aldrum s. 32

064 - Studni, nýggja navnið á Stuðulsstovninum 065 - Yrkistænastan 066 - Stuðul frá Studna 070 - SU-Skipanin 076 - Føroyafrádráttur / R-frádráttur 078 - Full Skattaskylda í Føroyum 079 - Ráðgevingin í Danmark 080 - Pisudagarnir 086 - Mamma...Babba...Anyone! 088 - Lestrarlív á Købmagergade 44-46 092 - Jura í Aalborg 096 - Antropologi

100 - Sosialrágevi í Keypmannahavn

LIV LÍVIÐ, LES! Kári skrivar: At lesa er stuttligt, at lesa gevur førleikar ið tú ikki visti um, og ringvirkningar, sum ongin gitti. s. 30

DREYMURIN, IÐ BLEIV VERÐULIEKI Ragnar er farin undir ein trý ára langan yvirbygnað sum Phd í retsmedicinsk kemi. s. 26

[WWW.MFS.FO]

FERÐAÐIST KRING RUSLAND Eg vildi uppliva nakað serstakt, eg veit, at Moskva er ikki ein býur, sum føroyingar kappast um at vitja.. s. 38

PISAN 2011

3


Góðu miðnámsskúlanæmingar Birita í Dali, blaðstjóri

P

ISAN er ætlað tær, ið stendur í teirri týdningarmiklu støðu at fara undir hægri lesnað. Fyri tær stendur heimurin opin við óteljandi lestrarmøguleikum, og tað ger ikki júst støðuna lættari. Tískil krevst, at tú – Pisan – hugsar teg væl um, tí stórar avgerðir liggja fyri framman. Vit, ið eru farin undir hægri lesnað, vita, at stóra avgerðin er torfør at taka. Vit hava verið í júst somu støðu og hava tí

gjørt okkum far um, at hóast støðan kann tykjast trupul, so er hon samstundis spennandi, ørkymlandi og mennandi. “Hvussu kann eg vita, at hetta er mítt rætta val?” og “Hvussu nú, um ei er so?” – hesir spurningar eru spurningar, ið flestar pisur hava hoyrt frá øðrum og sett sær sjálvum. Nógvir eru spurningarnir, ið kunnu ørkymla. Til hetta kann eg bert siga, at tú skalt hugsa um tíni áhugamál og tínar dreymar. Hugsa um ymsar útbúgvingar og set teg so niður at kanna gjøllari, hvussu hetta samsvarar við tín áhuga, og hvar í heiminum tú hevur hug at lesa og búgva. Eftir hetta er bert eitt at gera; kasta teg út í tað! Skuldi tað so hent seg, at tín áhuga broytist á leiðini, at tú heldur vildi roynt okkurt annað, so er hetta tíbetur ikki heimsins endi, tí so hevur tú, um ikki annað, funnið útav, hvat tú ikki vilt. Og soleiðis eru tað fleiri við tær, ið hava roynt júst tað sama, so lat ikki tað halda tær aftur í at fara undir hægri útbúgving! Tað er ikki hvønn dag, at ein sum lesandi hugsar um sítt lestrarval, og um nú hetta er dreymurin, tí tað er jú til tíðir torført og strævið at vera lesandi. Men løturnar

4

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

saman við øðrum ungum lesandi, ið eru full av orku og gleði - og tá tú fært kensluna: “ótrúligt, at eg nærum læt hendan kjansin fara”– tá veitst tú, at tú livir tín dreym. Við frágreiðingum frá lesandi runt um knøttin ynskir MFS at geva tær part í lestraroyndum hjá føroyingum um allan heim. Við Pisublaðnum vilja vit í MFS geva bæði tykkum, ið ivast, og tykkum, ið hava avgjørt lestrarleiðina, íblástur, upplýsingar og vegleiðing. Um tú hevur spurningar til tey lesandi, ið greiða frá í blaðnum, so heitir MFS á teg um at seta teg í samband við tey, ið hava skrivað greinirnar. Við Pisuni vil MFS royna at lætta tær um títt lestrarval, og vit vóna, at vit kunnu vísa tær á, hvørjir møguleikar eru. Vit ynskja í framtíðini at menna eitt samstarv við miðnámsskúlanæmingarnar, so at okkara blað – PISAN - kann verða ein verulig hjálp hjá teimum, ið velja at fara undir hægri lesnað. At enda vil eg bara siga: Minst til: Hetta er ein einastandandi møguleiki, tú hevur, at lesa tað, tú vilt, og hvar tú vilt. Leyp út í tað ! - og njót tað ! - ongantíð ov skjótt! 1


Far bara - vit fylgja tær Ferðast trygt - uttan mun til, hvagar leiðin gongur ella hvørjum tú møtir. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú trygt kanst njóta ferðina. Fá meira at vita um ferðatrygging á trygging.fo

trygging.fo

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

5


um MFS MÁL & MIÐ Meginfelag Føroyskra Studenta er felag teirra lesandi. Eitt felag av lesandi, fyri tey lesandi. MFS umboðar lesandi føroyingar uttanlands, lesandi á Fróðskaparsetrinum í Føroyum og tey, sum eru í læru uttanlands, og øll hesi kunnu gerast limir í felagnum (Gerst limur her, tað er ókeypis). Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt studentafelag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum, og verður tikið við upp á rað, tá viðurskifti, sum viðkoma fólki undir útbúgving, verða viðgjørd. MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt. Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at betra viðurskifti teirra

6

PISAN 2011

lesandi fíggjarliga, politiskt og sosialt. Sostatt er talan um rættiliga víttfevnandi arbeiði, har kjakfundir, blaðútgáva, samskifti við myndugleikar, hugnakvøld, lestrarstevna osfr. hoyra til arbeiðsøkið. Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi í jólaferiuni á hvørjum ári, og kann í mesta lagi verða sett saman av upp til 11 ráðslimum. Ráðið skipar seg á aðalfundinum við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið er hægsti myndugleiki MFS, og virkar sum savningardepil fyri arbeiðinum í nevndunum. Undir ráðnum virka nevndirnar, sum arbeiða við lestrarviðkomandi málum í rættiliga breiðum týdningi. Einki mark er fyri, hvørjar ella hvussu nógvar nevndir kunnu virka undir ráðnum, men kravið er, at ein ráðslimur skal virka sum formaður í hvørjari einstakari nevnd. Øll lesandi eru hjartaliga vælkomin í nevndirnar. Við kvøðu, Ráðið

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

tiltøk í ár tiltøk í tórshavn 11. mars – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Sjálvstýri. 18. mars – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Tjóðveldi. 24. mars – Kjakfundur í Miðlahúsinum ”Hvussu bróta vit óndu ringrásina”. 25. mars – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Unga Samband. 1. apríl – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Ung fyri Miðflokkin. 8. apríl – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við Sosialistisk Ung. 15. apríl – Seturskafé á Hvonn har vit tosaðu við HUXA. tiltøk í keypmannahavn 4. februar – PISA-kanningin. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar viðgjørdu úrslitini av PISA-kanningini. 18. februar – Føroyar, dýrasta land í Evropa. Heri á Rógvu greiddi frá, hvussu kostnaðarstøðið er í Føroyum í mun til restina av Evropa.18. mars – Eru Føroyar um at kvalast av demokrati? Sjúrður Skaale og Flóvin Eidesgaard í hólmgongu um demokratisku viðurskiftunum í Føroyum. tiltøk restina av árinum 23. juli – Vitan 2011. Lestrarstevna í Tórshavn við ymiskum spennandi framløgum. 2. august , kl. 19:30 – Pisudagur á deildini hjá Eik í Saltangará. 3. august, kl. 19:30 – Pisudagur á ungdómsdeildini hjá Eik í Tórshavn 4. august, kl. 12:30 – Pisudagur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Septembur – Markleys Útbúgving í Tórshavn (sí mfs.fo). Desembur – Jóladøgurðar kring heimin


mfs føroyar

mfs kbh

mfs aberdeen

Aftaná hesa eitt sindur turbulentu tíð kann staðfestast, at MFSFøroyanevnd varð uppafturtikin í tøkum tíma. Hvussu leikur fer, er bert til at finna útav, og vóna vit alt tað besta. MFS- Føroyanevndin fer fyrst at virka fyri at gerast meira sjónlig, og hetta er av stórum týdningi, um útbúgving í Føroyum skal fara rætt fram. MFS er ein rødd, ið framhaldandi má hoyrast og ikki tagna. At lata politkarar og lektarar avgera einsamøll, er ikki rætt, tí hvat skulu tey gera uttan studentarnar?

Keypmannahavnarnevndin hevur í ár skipað fyri kjakkvøldum fyri lesandi í Keypmannahavn. Sum nevnd í býnum, har flest føroysk lesandi halda til, er altíð ov mikið av uppgávum og tiltøkum at skipa. Í ár hevur Keypmannahavnarnevndin eisini staðið fyri at savna saman tilfar Pisan í ár.

MFS nevndin í Aberdeen er einasta nevndin í Bretlandi. Sostatt eru vit nevndin, sum fólk seta seg í samband við, um tey hava brúk fyri hjálp ella vitan í sambandi við lestri í Bretlandi. Kortini eru tað einamest tey lesandi í Aberdeen, sum vit leggja dent á. Vit plaga at skipa fyri ymsum tiltøkum, so sum jóladøgurða, útferðum og lítlum tiltøkum, har føroyingarnir í Aberdeen kunnu hittast. Harumframt er tað so tílíkt, sum at viðmerkja lógaruppskot, ið MFS fær sendandi frá politisku skipanini, har vit tryggja okkum, at lógarverkið tekur hædd fyri føroyingum uttanfyri Skandinavia. Í løtuni er Aberdeen nevndin rættiliga upptikin við yvirskipaðum MFS arbeiði, av tí at bæði formaðurin í MFS og blaðstjórin í Fjølnir sita í Aberdeen nevndini. Kortini arbeiða vit eisini við ítøkiligum tiltøkum, so sum at upplýsa hvussu vit sum lesandi útisetar kunnu velja á løgtingsvali í Føroyum, og at fáa atgongd til høli, tól og bussar frá universitetinum.

nevndarlimir: Teitur Vágadal, formaður. Maria í Skorini, varaforkvinna. Guðrið S. R. Poulsen, skrivari. Pætur Vágadal Joensen, nevndarlimur. Rita Dam Simonsen, nevndarlimur. Johann J. Petersen, nevndarlimur

nevndarlimir: Birita í Dali, stjórnmálafrøði, forkvinna. Jógvan Svabo Samulsen, løgfrøði, MFS skrivstovufólk. Rannvá Clementsen, løgfrøði, MFS skrivari. Marin Helena Hentze, International hospitality management, MFS peningarøkil. Ann Krista í Dali, kommunikation og kultur- og sprogmødestudier. Bára Jákupsdóttir, margmiðla sniðgevi. Cecilia Nolsøe Poulsen, byrjar at lesa cand. Merc. Hrm. eftir barsil.

nevndarlimir: Angela Petersen, lesur sálarfrøði á triðja ári, Aberdeen University. Iris Thomsen, lesur havlívfrøði á triðja ári, Aberdeen University Martin Mohr Olsen, lesur sosiologi og altjóða politikk á triðja ári, Aberdeen University og er formaður í MFS. Regin Berg, lesur politikk og altjóða politikk á øðrum ári, Aberdeen University, formaður í Aberdeen nevndini, blaðstjóri á Fjølnir

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

7


LESTRARSTAÐ

8

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


KOTLAND

LESTRARSTAÐ

University of St. Andrews St Andrews er ein lítil býur, sum liggur í Fife økinum í Skotlandi, eitt sindur sunnanfyri Dundee og ein góðan tíma frá Edinburgh við bili. Her búgva umleið 17-18000 fólk, og ein triðingur av fólkinum er annaðhvørt starvsfólk ella næmingar á universitetinum. St Andrews er heimskendur fyri at vera “The Home of Golf”, og British Open í golf verður ofta hildið

“Sjálv má eg siga, at eg eri sera glað fyri, at eg valdi at koma henda vegin” Eg eiti Sólfríð Bech, eri 20 ára gomul og eri av Tvøroyri. Eg gjørdist student í 2009, og í september 2010 byrjaði eg mín lesnað á The University of St Andrews.

her. Her er sera vakurt, og nógv fólk koma eisini henda vegin um summarið, bæði tí at St Andrews liggur við strondina, og sjálvandi fyri at spæla golf. Til hetta kann eg nevna, at m.a. Hugh Grant, Samuel L. Jackson, Justin Timberlake og Bill Murray eru nakrir av teimum, ið dáma væl at koma henda vegin at spæla golf, og teir luttaka árliga í eini ‘Celebrity’ kapping. Umframt hetta er The University of St Andrews eisini tað elsta í Skotlandi og triðelsta í enska heiminum, bara Oxford og M

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

9


LESTRARSTAÐ

M Cambridge eru eldri. Tað varð sett á stovn um 1411-1413, so komandi 3 árini verður ymiskt á skránni í sambandi við 600 ára haldið. Nógv verður gjørt burtur úr hesum, m.a. var William prinsur saman við unnustu síni, Kate Middleton, her í februar fyri at seta haldið. Tað var nevniliga her, tey bæði hittust, meðan tey vóru lesandi her. Sjálv lesi eg spanskt, men nú er skotska skipanin soleiðis, at ein skal hava 3 lærugreinir tey fyrstu tvey árini, so eg lesi eisini italskt, og seinasta semestur las eg eisini ‘Modern Hstory’, men tað var ikki júst eg, so tað havi eg broytt til eina lærugrein, ið eitur ‘Great Ideas’. Tú skalt hava 3 lærugreinir tey fyrstu 2 árini, fyri at royna teg í ymiskum lærugreinum, so tú kanst finna útav, hvat ið tær dámar. So ístaðin fyri at fara í holt við at lesa enskt, fyri so at finna útav, at tað kanska ikki var heilt tað, ið tú hevði væntað, so kanst tú broyta tað til eina aðra lærugrein, heldur enn at gevast, og so søkja inn aftur til sálarfrøði næsta ár. So eg kann heilt avgjørt viðmæla teimum, ið kanska ikki vita heilt, hvat ið tey ætla at lesa, men kanska ivast millum eini 3 lærugreinir, at fara á universitet í Skotlandi. Ein hevur møguleika til at broyta lærugreinir eftir hvørt semestur tey fyrstu tvey árini. Tó er hetta ikki galdandi fyri tey, ið lesa til lækna, og

10

PISAN 2011

eg kann ikki siga við vissu, hvussu er við vísindaligu lærugreinunum. Men allir næmingar verða vístir til ein lestrarvegleiðara, tá ið ein byrjar, og teir eru sum oftast til sera góða hjálp, um ein ivast í onkrum. Nú veit eg ikki, um hetta er á øllum skotskum universitetum, men her á

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

St Andrews kanst tú eisini byrja uppá eitt fremmant mál líka frá byrjan av. Sjálv hevði eg ongan kunnleika til spanskt, áðrenn eg byrjaði her (uttan ‘uno cerveza, por favor’, sum er tað týdningarmesta at duga, tá ið ein fer á námsferð :-p), og longu nú, eftir eitt semestur, kann eg føra eina lætta samrøðu á sponskum.


LESTRARSTAÐ

Umframt spanskt og italskt kann ein eisini lesa russiskt, týskt, latín, gamalt grikst og arabiskt frá byrjan av ella frá tí støðinum, ein longu er á. Tú kanst eisini lesa franskt, men ikki á byrjanarstøði. Sjálv má eg siga, at eg eri sera glað fyri, at eg valdi at koma henda vegin. Eg hevði longu sett mær fyri at fara onkustaðni uttan fyri danska kongaríkið, men tað kann blíva sera dýrt, av tí at á flestu hægru lærustovnum í heiminum skalt tú gjalda eitt høgt skúlagjald, men í Skotlandi verður hetta goldið av landinum fyri allir ES næmingar, og vit føroyingar fáa hetta eisini goldið. Skotar eru sera fitt og fyrikomandi fólk, og av tí, at St Andrews ikki er størri enn okkara egna Tórshavn, so kann ein eisini kenna seg tryggan á gøtuni um næturnar, og kortini býr ein ikki alt ov langt burtur frá stórbýunum í landinum, Edinburgh og Glasgow. Men ein noyðist allíkavæl ikki líka til Edinburgh hvørt vikuskifti fyri at fara í býin at shoppa, á matstovur og líknandi, tí her er nógv av slíkum her í St Andrews. Fyri stuttum læt ein nýggjur H&M handil upp, og umframt H&M eru fleiri aðrar altjóða handilsketur her, m.a. Starbucks, Costa Coffee, New Look, Monsoon, Accessorize og Subway. Eg haldi meg eisini hava lisið onkustaðni, at her eru umleið 26 pubbir.

“Tú skalt hava 3 lærugreinir tey fyrstu 2 árini, fyri at royna teg í ymiskum lærugreinum, so tú kanst finna útav, hvat ið tær dámar” Universitetið bjóðar tær eisini at fáa hjálp við ymiskum, bæði akademiskt (sum t.d. við enskum, at skriva uppgávur o.l.) og sálarliga, um tú hevur tørv á tí. Tú hevur altíð onkran, tú kanst tosa við, og tey eru eisini sera fitt, fyrikomandi og hjálpsom. Eisini eru nógvir ymiskir áhugabólkar, ein kann melda seg til, ið skipa fyri ymiskum tiltøkum, tað kann m.a. verða ein bólkur fyri eitt land, ið tú hevur áhuga í ella er frá, um tú hevur áhuga í matgerð, sjokolátu, at binda, ja, alt millum himmal og jørð. Nevnast kann, at ein bólkur er fyri fólk, ið dáma væl Tunnock’s Teacakes. Sjálv eri eg í einum, ið eitur “The Hispanic Society”, og tað er fyri øll, ið antin hava áhuga í Spania og Latín Amerika, lesa spanskt ella eru hagani. Tey bjóða m.a. dansitímar í salsa, skipa av og á fyri Sangria kvøldum, og eina ferð um mánaðin hava tey eina døgurðabuffét við

mati úr einum spanskt-talandi landi. Eg haldi, at tað eru yvir 100 ymiskir áhugabólkar, ein kann gerast limur í. Um tað er nakað minus við at vera lesandi á The University of St Andrews, so er tað, at hetta er nokk eitt tað dýrasta staðið at liva í í Skotlandi, bæði viðv. húsaleigu og øðrum vanligum livikostnaði. Tó eru eisini kømur, sum universitetið bjóðar fyri heilt hampuligan leiguprís, og allir fyrsta árs næmingar fáa 100% eitt stað at búgva í, um teir søkja til tíðina (sum er áðrenn einaferð í mai). Samanumtikið vil eg siga, at eg eri sera glað fyri, at eg valdi at koma higar, og mær dámar ótrúliga væl. Hetta er eitt universitet í høgum klassa, og eg kann viðmæla øllum at koma henda vegin. Ert tú áhugað/ur í at lesa á St Andrews, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg, antin á: solfrid_bech@hotmail.com, ella á facebook. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

11


LESTRARSTAÐ

12

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

Ach du lieber! Ein føroyingur í Berlin Eg lesi Digital Fi lm og Animatio ná SA E Institute í Berlin. Útbúg vi ngin er ein altjóða góðkend Bache lorútbúgving og verður latin í samarbeiði við M iddelsex Univer sity í Onglandi, ha r SA E upprun aliga varð sett á stov n. Hóast hetta er hon ikki SU-góð kend, men hon er tó ÚSUN-góð kend. Møgulig t er eisini at taka ei n altjóða góðken dan Master eftir lokn an Bachelor. SA E er at finna í flestu stórbýum í heiminum - í Skandinavia lig gur hann í Stokho lm - tó skal si ga st, at ikki allir læristovnarnir hava altjóða góðkenn ing, og tá eru teir tá allarhelst he ldur ikki ÚSU Ngóðkendir. Skúlin er se rliga kendur fyri ljóðteknikara-út búgvingina, men

hann bjóðar eisini film og animatión, gamedesign, mediadesign og digital journalism. Hesi fakini eru ofta tætt knýtt á arbeiðsmarknaðinum, og tí er tað ein stórur fyrimunur at kunna arbeiða saman tvørfakliga og hava atgongd til tólini á øllum økjum. Útbúgvingin leggur eisini størstan dent á, hvussu mann handfer hesi tól og tekniska ástøðið, ið fylgir við, heldur enn listarliga innihaldið, sum tí verður latið tí einstaka at ráða áyvir.

harafturíimóti fleiri smærri økir, sum hvør sær eru su m smærri býir, og áðrenn mann veit av, heilsar mann uppá fólkin i á gøtuni, sum mann sær hvønn da g. Hóast Berlin er stó rur, so kemur mann lætt runt við almennau ferðslunetinum, su m er sett saman av bussum, undirg rundsbananum, tokum og sporvogn um. Haraftrat er økið eisini so mikið flatt, at ein súkla kann vera einasta ak far, mann hevur tørv á. Súklumenta nin er tó ikki lík henni í m.a. K eypmannahavn; bert teir fægstu vegirnir hava súkklubreyt, og ta ðd er tí vanligt, at fólk súkla á gong ubreytunum, og av tí sama súkla te y heldur ikki so skjótt.

Berlin er sum býur ógvuliga lestrarvinarligur. Her ber til at Sambandið til og frá Berlin er eisini fáa endarnar at røkka saman bert serstakliga gott serliga til restina við lestrarstudningi. Samstundis av Evropa. Nev nast kann, at ein sum hann er ein tann størsti flogtúrur til Keypmannahavnar metropolurin í Europa, kann býurin einans tekur 50 min., og um mann eisini vera lítil og intimur. Hann er í góðari tíð, ka nn ein ferðaseðil hevur onga fastlagda býarmiðju, fáast rættiuliga bí lligat. Eg havi sjálv sum flestu aðrir býiur hava, men havt stóra gleði av tilboðum at M

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

13


LESTRARSTAÐ

M koma skjótt og bílliga til suðurog eysturevropeiskair býir.

stuttfreistað á marknaðin t.d. á heimasíður, har mann kann flyta inn beinavegin, og tær eru enntá partvíst longu innrættaðar. Hetta er allerhelst tí, at fleiri fólk bert koma til Berlin í styttri tíðarskeið, millum annað í sambandi við málskeið, framsýningar ella onnur tiltøk.

Kollegir ella kostdeildir eru ikki á sama hátt at finna í Berlin, sum vit kenna frá Skandinavia, men lesandi búg va í staðin saman í íbúðum, sokallaðum Wohngemeinschaften ella WG’s. Tær finnast allastaðni Skandinavia er sum heild sterkt í Berlin, í øllum støddum og umb oðað millum lesandi í Berlin, prísflokkum. Tað kann viðmælast men enn eru ikki nóg vir føroyingar at búg va á einum vallaraheimi, i býnum, hóast Føroyar sum land tu fyrs hotelli ella at coachsurfa teir ikki er ókent. Flest øll hava hoyrt dagarnir, soleiðis at mann eisini um oyggjarnar, antin orsakað av fær møguleikan at síggja íbúðina, grin dad rápi ella fótbólti, men fleiri að nak til áðrenn mann bindur seg og fleir i seta eisini Føroyar í samband ar fast. WG’ir verða ofta sett vid tónleik - t.d. eru Teitur, Budam og Orka væl umtóktir og hava eisini

14

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

javnan framførslur í býnum. Berlin er kendur fyri sín multikulturella dám, og tað er eisini vanligt at hoyra gebrocken týskt á gøtuni. Týskt er ikki lætt at læra til fullnar, men sum føroyingur er mann við donskum og tí lítla týska, ið verður lært í fólkaskúlanum, longu málsliga væl beturi fyri, enn flestu aðrir tilflytarair eru. Umvegis Studni hava vit enntá møguleikan at læra málið á málskúla í upp til eitt hálvt ár. Tað, hetta er tó treytað av, at lisið verður á hægri týskum lærustovni aftaná.


LESTRARSTAÐ

Flest allir hægri útbúgvingarstovnar krevja eina týska málroynd Sigast kann, at lættnemmasti mátin (TestDaF - der Test Deutsch als er at flyta búðstað til Danmarkar Fremdsprache) og bjóða hana sum og eftir 3 mánaðir víðari til oftast sjálvir út ella í samarbeiði Týsklands, soleiðis at mann flytur við ein málskúla, og tá er hálvt til Týsklandsoman sum danskari ára frálæra nøktandi. Av tí, at og sostatt amstundis eisini sum flestu týskarar helst vilja sleppa ES-borgari. Eg flutti beinleiðis úrfrá undan at tosa enskt, verður mann Føroyum, og tað hevursum í øllum beinanvegin noyddur at royna førum ikki hevur verið ein dansur seg á týskum, um mann vil tað á rósum. ella ikkiei, og taðsum noyðir ein samstundis automatiskt noyðir ein at læra seg málið skjótari.

um býi, Hevur tú hug at lesa í ein fullur av sum ongantíð svevur, er kki og søgu, mentan, list, politi illum, ím r ha øllum øðrumalt annað an t nað og samstundis vilt læra eit tsikkurt mál, so er Berlin heilt vís ein valmøguleiki. 1

Frítíðar ítriv ella arbeiði kunnu vera við til at gera tað lættnemmari at koma inn í samfelagið, og berlinarair eru, sum týskarir flestir, bæði vinarligir og fyrikomandi og altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond - haraftrat er kjansurin fyri, at tú ert fyrsti føroyingurin, tey hava møtt, rættiliga stórur, og tey eru altíð áhúgaði í at hoyra meira um Føroyar. “Lesnaðarvegurin” fyri føroyingar í Týsklandi í mun til praktisk ting sum sjúkratrygging er enn ikki lagdur, sum hann er í Skandinavia og Stóra Bretlandi, og tað er eingin facitlisti, tá mann fer undir at søkja. Tað kann tí viðmælast at skriva beinleiðis til útbúgvingarstovnin og tá eisini kunna vænta eitt skjótt og náðgreiniligt svar - tey eru hóast alt týskarair.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

15


LESTRARSTAÐ

16

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

Malmö Högskola “Nakað, sum serliga lokkaði við útbúgvingini, var, at vit hava eitt heilt ár, har vit kunnu setta okkara fingramerki á útbúgvingina, og tað er her, eg eri nú. Tey bæði komandi hálvárini eru valhálvár. Hesa tíðina kunnu vit velja ímillum fak á IMER ella hinum deildunum á Malmö Högskola, og vit hava eisini góðar møguleikar at taka eitt skiftishálvár ella fara í starvsvenjing.”

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

17


LESTRARSTAÐ

E

g varð liðug á studentaskúlanum í 2005 og gekk og mól í nøkur ár, áðrenn eg ordiliga fór í gongd við eina útbúgving. Tað var torført at taka eina avgerð, tí eg tímdi so nógv og ræddist, at tað hevði avmarkingar við sær at skula taka EITT val. Eg vildi gjarna okkurt kreativt og tók eitt skeið í filmsframleiðslu á Københavns Tekniske Skole, men tað var ov tekniskt. Eg var eisini áhugað í menniskjum og mentan og byrjaði at lesa sosiologi í Lund, men tað var ov teoretiskt og turrisligt. Tí varð eg

18

PISAN 2011

superglað, tá ið eg, meðan eg surfaði eftir útbúgvingum á netinum, fann the English Studies Programme á heimasíðuni hjá Malmö Högskola. Har stóð m.a., at møgulig størv eftir lokna útbúgving vóru innanfyri skriving, útgeving, undirvísing, tíðindaheimin, lýsingaheimin, marknaðarføring, sniðgeving, umseting og miðlar; sera, sera breitt má sigast, og tað var tryggjandi. Eg søkti gjøgnum www.studera. nu, sum tekur sær av umsóknum fyri øll universitet í Svøríki, slapp inn, og 1. september 2009 sat eg so til innleiðslufyrilestur á IMER

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

við summarfuglum í búkinum, og eg havi avgjørt ikki angrað mítt val síðani. Bygningurin, har English Studies verður tikin, eitur IMER. Hetta stendur fyri International Migration and Ethnic Relations. Tær flestu útbúgvingar, sum verða givnar har, eru samfelagsfrøðisligar útbúgvingar við atliti til migratión og multietniska heimin (sum Malmø forrestin er eitt sera gott umboð fyri. Tað verður sagt, at fjórði hvør íbúgvi í býnum hevur aðra bakgrund enn svenska). Enska


LESTRARSTAÐ

útbúgvingin á IMER er ein málslig útbúgving, sum leggur dent á, at enskt ikki longur endiliga hoyrir heima í Onglandi ella Amerika. Enska málið er ‘decentralized’, sum tey kalla tað her. Tað inniber, at tað í dag eru nógv fleiri, sum tosa enskt sum annað mál, enn tey eru, sum hava enskt sum móðurmál. IMER strembar eftir at verða eitt miðpunkt fyri tí enska málinum,

sum verður tosað og vanliga nýtt av fólki, ið ikki hava tað sum móðurmál. Enska málið verður, í útbúgvingini, tí viðgjørt í einum altjóða samanhangi og í einum internationalum umhvørvi. Nakað, sum serliga lokkaði við útbúgvingini, var, at vit hava eitt heilt ár, har vit kunnu setta okkara fingramerki á útbúgvingina, og tað

er her, eg eri nú. Tey bæði komandi hálvárini eru valhálvár. Hesa tíðina kunnu vit velja ímillum fak á IMER ella hinum deildunum á Malmö Högskola, og vit hava eisini góðar møguleikar at taka eitt skiftishálvár ella fara í starvsvenjing. Eg fari at taka eitt fak, sum eitur Praktisk Filmvetenskap, á eini aðrari deild á skúlanum. Eg fái at M

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

19


LESTRARSTAÐ

M síggja, um eg geri tað næsta hálvár eisini, ella um eg kanska taki eitt skiftishálvár tá. Tá man lesur í Malmø, fær man SU úr Danmark og ferðastuðul frá Stuðulstovninum. Um man ætlar at søkja SU, tá man lesur uttanlands, t.v.s. ikki í Danmark, skal man fyrst fáa sína útbúgving góðkenda av SU. Altso, hetta skal gerast ÀÐRENN man yvirhøvur kann søkja SU. Tað kann gerast hægst 3 mánaðir, áðrenn útbúgvingin byrjar, og einum nýtist ikki at verða sloppin inn á útbúgvingina. Tá eg byrjaði at lesa í Lund, endaði tað við at taka næstan eitt hálvt ár, áðrenn eg fekk SU, tí eg ikki hevði skil á mannagongdini, og eg veit um fleiri onnur, sum eisini hava verið ov sløv, so eg kann ikki siga tað nóg ofta: fáið góðkenning

20

PISAN 2011

av universitetinum frá hondini í góðari tíð!! Tað er eitt pluss at búgva í Malmø og fáa danskar krónur í SU, tí svenska krónan er eitt sindur minni verd enn tann danska: 5000 dkk eru uml 6000 sek. Húsaleiðan í Malmø er bíligari enn í Keypmannahavn; tað ber væl til at fáa eitt kamar ella eina lítla íbúð fyri uml. 3000 sek. Eitt gott hugskot er at seta seg á bíðilista hjá Boplatssyd.se rættiliga skjótt, um man ætlar sær at koma hendan vegin. Tey umsita kollegiini í býnum og eisini eina rúgvu av íbúðum. Tað er ikki so torført at fáa nakað at búgva í; hjá mær tók tað einar tveir mánaðir, og sum nýggjur lesandi sleppur man ofta fram um á listanum. Eisini ber til at leita eftir kømrum ella íbúðum frá privatum

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

persónum á Blocket.se. Tað ber væl til at búgva í Keypmannahavn og lesa í Malmø. Eg eri akkurát flutt til Malmø og havi faktist búð í Keypmannahavn til oktober í fjør. Við toki tekur tað á leið 30 min. frá Høvuðsbanagarðinum í Keypmannahavn til Høvuðsbanagarðin í Malmø, og hagani eru o.u. 10 min at ganga til universitetið. Eitt mánaðarkort ímillum Malmø og Keypmannahavn kostar á leið 800 kr. aftaná SU-avsláttur. Mánaðarkortið kann eisini nýtast í bussum í Malmø og í nøkrum sonum í Keypmannahavn. Malmö er ein serligur býur, sum hevur broytt seg sera nógv seinastu uml. 10 árini, eftir at Malmö M


LESTRARSTAÐ

M Högskola og Oyrasundsbrúgvin vórðu bygd. Býurin er knappliga vorðin ein lestrarbýur og portrið til restina av Europa hjá svium, og tí ferðast sera nógv fólk ígjøgnum býin. Hetta merkist millum annað av teimum nógvu innkeypssentrunum til relativt lítla býin. Annars er Malmø ein deiliga hugnaligur býur við steinsettum gøtum, kanalum, torgum, parkum, strond og hópin

av hugnaligum caféum, barrum og pubbum, sum verða nógv nýtt av øllum teimum lesandi í býnum. Her eru eisini nógv spælistøð, nøkur sjónleikarhús, eitt operahús, eitt stórt konserthús og eitt stadion, har nýggju svensku fótbóltsmeistararnir Malmø FF hava heimabana, og m.a. stór nøvn sum Lady Gaga hava framført. Eisini eru ein rúgva av listasøvnum og øðrum søvnum.

So sigast kann, at sjálvt um býurin er nokk so lítil (uml 300.000 fólk), hevur hann ótrúliga nógv at bjóða. Um ein gjarna vil taka eina kreativa, nútímans og viðkomandi málsliga útbúgving, og um ein brellast eftir at lesa í einum altjóða umhvørvi, so kann eg avgjørt viðmæla ensku útbúgvingina á Malmö Högskola. Lesið meira á “http://www.mah.se/ utbildning/HGENS 1

Altjóða Skrivstovan – ASK Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men Altjóða Skrivstovan kann vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Altjóða Skrivstovan er nevniliga til tað sama. At vegleiða teg, sum ætlar tær at útbúgva teg í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.

Ring, skriva ella støkk inn á gólvið og fá vegleiðing um tínar møgu­ leikar. ASK hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 15, mikudag tó til kl 18. ASK liggur við síðuna av Landsbókasavninum og er ein partur av Fróðskaparsetri Føroya.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

Altjóða Skrivstovan, ASK

21

J. C. Svabos gøta 14 · Postboks 272 · FO-110 Tórshavn Tel. 322 065 · ask@ask.fo · www.ask.fo


LESTRARSTAÐ

22

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

frælsi muffins & forkølilsi Regin Berg lesur International Relations og Politics á University of Aberdeen “Býurin er gráur, bretskur matur er ikki tað besta av tí besta, og føroyingarnir plaga at skemta um, at tá vit einaferð fáa rikið eina grind uppá strondina, kunnu vit bara hongja likkjurnar upp inni í íbúðunum, tí har er so góður gjøgnumtrekkur”

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

23


LESTRARSTAÐ

Aberdeen. Seinasta ár um hetta mundi (endin á februar), gekk eg runt og ivaðist í, hvørt veturin nakrantíð fór at hvørva. Nú siti eg uttanfyri á einum bonki, kagi omanyvir strondina og lurti eftir Pink Floyd.

24

PISAN 2011

Seinasta hálva tíman havi eg sæð fleiri bilar, enn tú finnur í Føroyum. Foreldur eru ávegis heim til familjuna, lesandi keypa inn til vikuskiftið, og eg siti og skrivi til Pisuna. Hvussu endaði eg her? Tilvild, herlig, lívgevandi og altíð broytandi tilvild. Student er liðugt og endað, karakterirnir eru har teir skulu vera, og eg vil alla aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Mær dámar væl Monthy Python og BBC, so alt bendir á, at eg fari at sórtrívast í

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Bretlandi. Nakrar mánaðar seinni eri eg í Aberdeen. Býurin er gráur, bretskur matur er ikki tað besta av tí besta, og føroyingarnir plaga at skemta um, at tá vit einaferð fáa rikið eina grind uppá strondina, kunnu vit bara hongja likkjurnar upp inni í íbúðunum, tí har er so góður gjøgnumtrekkur. Kortini klári eg ikki at ímynda mær, at eg hevði trivist betri á nøkrum øðrum universiteti. Tað er nær við, at ein triðingur av næmingunum eru útlendingar. Býurin er mitt ímillum ein stórbý og Tórshavn, og gamli parturin av universitetinum minnir merkiliga nógv um Hogwarts. Fólk eru


LESTRARSTAÐ

“Kortini er tað serliga alt tað, sum hendir kring universitetið, ið veruliga ger lestrarlívið heilt serligt. Sita og kjakast, tvætla og spæla spøl við vinfólkum – gjarna afturvið onkrum heimabakaðum ella keyptum. Luttaka í mótmælisgongum, samstarva gjøgnum felagsskapir og bara njóta lívið heilt eftir egnu fortreytum”

vinarlig og sjálvt ein sum eg (ið klárar at villast í Tórshavn), megnar at finna runt uttan stórvegis trupuleikar. Undirvísingin er ógvuliga ymisk frá faki til fak. Vinfólk, sum lesa meira náttúruvísindalig fak, plaga at vera á universitetinum mestsum alla vikuna. Eg, ið lesi politikk og altjóða politikk, skal bara á unversitetið tveir dagar um vikuna. Restin er at lesa, lesa, lesa og so lesa eitt sindur meira. Tað er mestsum hvørja viku, at vit læra okkurt nýtt, ið beinanvegin kann brúkast til at skilja tíðindi eitt sindur betri ella arbeiða í sjálvbodnum felagsskapum. Legg

afturat, at tá mótmælini skolaðu gjøgnum Miðeystur, sá eg brádliga mín lecturer á Al Jazeera, og seinni hildu viðkomandi og nøkur onnur ein fyrilestur + spurnarløtu um Miðeystur. So ein følir av álvara, at universitetið og lívið kring universitetið eru viðkomandi. Her eru allatíð tiltøk, fyrilestrarhaldarirnir undirvísa í tí nýggjastu av tí nýggja (serliga innan altjóða politikk) og allatíð við atlit til alheiminum, heldur enn bretsku skipanini. Kortini er tað serliga alt tað, sum hendir kring universitetið, ið veruliga ger lestrarlívið heilt serligt. Sita og kjakast, tvætla og spæla spøl við vinfólkum – gjarna

afturvið onkrum heimabakaðum ella keyptum. Luttaka í mótmælisgongum, samstarva gjøgnum felagsskapir og bara njóta lívið heilt eftiregnu fortreytum. Ella, tað er so leingi grannarnir ikki byrjar at pástanda, at tónleikurin skal dempast kl. 03:00, væl at merkja. Tá tað er sagt, so er eitt keðiligt við Aberdeen. Tað verður skjótt kalt, tá sólin ferð niður. Hetta eri eg av álvara farin at merkja, nú ið eg siti pinnastillur á mínum bonki og nokti at flyta meg, fyrrenn greinin er liðug. Altíð nakað, at eg havi keypt inn til muffins og heitt kaka, ið eg kann taka við mær undir dýnuna. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

25


26

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


Dreymurin, ið bleiv veruleiki

Í 2010 varð Ragnar Thomsen liðugur við útbúgving sína Cand.pharm. Í dag er Ragnar farin undir ein trý ára langan yvirbygnað sum Phd í retsmedicinsk kemi. Vit leita aftur í tíðina, og Ragnar greiðir frá tíðini, tá ið hann gekk á miðnámsskúla.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

27


ÍBLÁSTUR

Dreymurin, ið bleiv veruleiki Í 2010 varð Ragnar Thomsen liðugur við útbúgving sína Cand. pharm. Í dag er Ragnar farin undir ein trý ára langan yvirbygnað sum Phd í retsmedicinsk kemi. Vit leita aftur í tíðina, og Ragnar greiðir frá tíðini, tá ið hann gekk á miðnámsskúla.

LESTRARBÝ? Eg hevði verið eitt sindur í Keypmannahavn frammanundan, og mær hevur altíð dámt væl býin. Keypmannahavn hevur eisini nøkur av teim bestu universitetunum í heiminum. Tí var lætt at taka avgerðina, hvar eg skuldi lesa.

HVAR GEKST TÚ Á MIÐNÁMSSKÚLA? Eg gekk á Tekniska skúla í Klaksvík á HT – deildini. Tað var mest, tí at eg altíð havi havt størri áhuga fyri tøkni og vísindum enn fyri teimum humanu lærugreinunum. Støðið á HT var gott, og eg føldi meg væl útgjørdan við hesi útbugvingini; tað var als ikki torført hjá mær at sleppa inn á víðari lesnað í Keypmannahavn.

Ein annar týðandi leiklutur fyri val mítt var, at eg kendi nógv fólk her; eg havi familju her og nógvar góðar vinir. Tað fyrsta árið búði eg í Brønshøj, tí eg fekk tillutað kollegie-kamar har, men tá ið eitt ár var gingið, fekk eg íbúð í Keypmannahavn, og her havi eg búð síðan.

VAR TAÐ HEILT NATÚRLIGT FYRI TEG AT VELJA KEYPMANNAHAVN SUM

28

PISAN 2011

KANST TÚ LÝSA ÚTBÚGVINGINA OG LESTRARUMHVØRVIÐ Eg helt, at tað var ein rættiliga tung útbúgving at byrja við; rættiliga nógv at lesa og sera umfatandi laboratorii-arbeiði. Mótvegis øðrum

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


ÍBLÁSTUR

útbúgvingum er tað møtiskylda á pharmaceut-útbúgvingini, tí alt laboratorii-arbeiðið er ein sera týðandi partur av útbúgvingini og próvtøkunum. Á bachelor-stignum bar ikki til at velja lærugreinir; alt var fastlagt frammanundan. Hinvegin gjørdi hetta eisini, at tað var lætt at knýta vinabond, tí vit í klassanum vóru saman nærum hvønn dag. Skipað var fyri

“fríggjadagsbarr”,og nógvur annar felagsskapur var eisini á skránni. Tá eg tók yvirbygnaðin – kandidat – varð alt meiri spjatt; tá bar til at velja lærugreinir, og eg var ikki á nøkrum ávísum holdi. Útbúgvingin kravdi eisini nógv av mær, men eg dugdi væl at fyrireika meg soleiðis, at alt ikki bert var skúli. Eg setti tíð av til at lesa og til skúlan, men eg setti eisini tíð av til vinfólk, soleiðis at eg

slapp at njóta lívið eitt sindur. NÚ ERT TÚ SO BYRJAÐUR Á PHD, HVUSSU FER FRAMTÍÐAN HJÁ TÆR AT SÍGGJA ÚT? Eftir at eg bleiv cand.pharm bar illa til at fáa arbeiði. Eg ringdi tí til stjóran á rættarkemisku deildini í Keypmannahavn og spurdi meg fyri, um pláss ikki var fyri mær har. Eg fekk lønarískoyti frá a-kassanum, og tað var gamaní. Eftir at hava verið har í stutta tíð, søkti eg um lýsta Phd-stipendiið á deildini og fekk játtandi svar. Tað, eg komi at arbeiða við, er at útvinna eina analysumetodu til ADHD; endamálið við verkætlanini er at finna út av, hví summi børn reagera betur upp á heiligvág til ADHD. Tað finni eg fram til við at kanna vevnað frá livandi og deyðum persónum. Fyrsta hálva árið fer at vera rættiliga umfatandi, tí eg skal orða verkætlanina, og orðingin verður avgerandi fyri alt mítt Phd-tíðarskeið. Næstu trý árini fara sostatt við nógvum arbeiði og kanningum, og ikki minst verður tað neyðugt at fordjúpa meg í tungum lesnaði.Men eg fari undir verkætlanina við spenningi og ágrýtni. Vit ynskja Ragnari alt tað besta við verkætlanini og gleða okkum at hoyra meira frá honum í framtíðini. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

29


ÍBLÁSTUR

Kári á Rógvi:

liv lívið les! Øll hava sæð hesar sci-fi filmarnar. Brádliga verða fólk flutt í javnfjarðan heim, parallella verð, har alt tykist kent, men er tó so nógv øðrvísi. Ta kensluna fái eg mangan í Íslandi. Her heima fái eg viðmerkingar um, at ætlanir mínar eru “absurdar” ella forða mær at koma í samgongu. “Vit liva av fiski,” segði útróðrarmaðurin í Vágsbotni í dag, tá ið eg keypti fisk frá honum. Øll vælferð kemur

30

PISAN 2011

við skipi uttan úr verðini, og verðin vil hava fisk afturfyri. Skundi mær at rinda fyri fiskin, áðrenn hann fær hug at útflyta hann. Fleiri hundrað fólk hava annars tikið grundskeið í lóg hjá mær, fleiri tíggjutals ymisk master-skeið, og


ÍBLÁSTUR

summi hava enntá prógv sum danskir juristar við føroyskum jurafakum góðskrivaðum. Men bløðini skriva ikki um hetta, tí hetta er sum at klippa hvørjum øðrum, ikki nakað vit kunnu liva av, ikki nakað ið moynigi maðurin í Vágsbotni vil lesa um. Í parallellu verðini, sum eg viðhvørt flyti meg í, eru eisini fiskimenn; ein teirra las í blaðnum, at eg hevði hildið fyrilestur um doktorsritgerð mína í lóg; hann ringdi til gamlan skipara, skyldmann hjá mær, at spyrja, um hesin ikki var errin. Í hesi verðini havi eg undirvíst fleiri ungum mammum og fleiri tilkomnum lesandi, sum ikki høvdu fingið nakra útbúgving, um ikki skúli var í býnum við knappliga 20.000 fólkum, ella høvdu muga flutt burtur við øllum reiðrinum. Her er universitetið størsta arbeiðspláss, úti á bygd savnast fleiri lesandi í flokkum ella bólkum og taka fjarlestur. Býurin íður í lívi, tí lesandi eru úti um kvøldið, bæði sum kundar og verkafólk á matstovum og í bókhandlinum við kaffistovu ið hevur leingi opið. Her er útheimurin partur av dagliga degnum, ráðstevnur, ferðandi; ja eg havi sjálvur havt lesandi úr Canada og enntá ein granskara ið annars starvast á Suðurpólinum.

[WWW.MFS.FO]

Hetta er ikki nøkur fantasiverð. Álvara, tað passar! Norðlandið í Íslandi er ein parallelverð við útbúgving, gransking og búskapi ið rennur uppúr tænastuvinnu, skúla og alheimsgerð. Tit ið hetta lesa kunnu broyta mína fyrru verð frá at mangla ungdóm, frá at vanta førleika, ja frá at vera for trist og trong til at vera livandi, spennandi og ørandi við bara at lesa. Summi kunnu velja at byrja í Føroyum, onnur at enda í Føroyum. Summi at uppliva verðina beinanveg, onnur seinni, enn onnur umvegis alnetið. Vit framleiða longu verðins bestu maskinmenn – og vit kunnu saktans klára sama standard innan lóg, búskap, leiðslu, KT, havfrøði, mál... eisini sum eftirútbúgving og víðari útbúgving... um bara tit krevja tað. At lesa er stuttligt, at lesa gevur førleikar ið tú ikki visti um, og ringvirkningar, sum ongin gitti. Frá at duga at fiska til at duga alt møguligt, frá vørubúskapi til upplivingar og tænastur, er sum at ferðast úr eini verð í aðra. Ferðin mennir teg, ferðin mennir Føroyar, ferðin ger framtíðar føroyingar líka so dugnaligar sum nútíðar fiskimenn. Tilsamans fáa vit tað nógv stuttligari; og eg sleppi frá at flyta aftaná synunum, tá teir ikki trívast her. Liv lívið, lívgað okkum onnur, les! Eisini í Føroyum! 1

PISAN 2011

31


32

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


føroya læraraskúli Útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla geva nógvar og fjølbroyttar møguleikar

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

33


LESTRARSTAÐ

føroya læraraskúli “Lærarayrkið er sera fjølbroytt. Tú arbeiðir við børnum og ungum í nógvum ymiskum aldrum, og innan nógv ymisk spennandi fakøki”

Í

2008 legði Føroya læraraskúli saman við Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Samstundis broyttust útbúgvingarnar til bachelor-útbúgvingar. Nýggju lærara- og námsfrøðiútbúgvingarnar á Føroya læraraskúla eru í tveimum stigum. Fyrsta stigið er ein trý ára B.Ed. útbúgving (bachelor of education). Tey lesand, ið vilja gerast fólkaskúlalærarar ella námsfrøðingar, skulu harafturat taka eitt fjórða ár, ið gevur yrkisførleikan til lærara ella námsfrøðing.

34

PISAN 2011

Eftir loknan trý ára B.Ed. lestur ber til at lesa víðari á master- ella kandidatstigi, t.d. á Danmarks Pædagogiske Universitet (DPU), ella á øðrum Universitetum úti í heimi. Serliga gevur B.Ed. lesturin atgongd til masterella kandidatútbúgvingar innan tað námsfrøðiliga og didaktiska økið. So at siga øll, sum í løtuni lesa á Føroya læraraskúla, velja tó at lesa fjórða árið eisini. Hetta ger, at tey umframt at hava starvsmøguleikan sum lærarar ella námsfrøðingar, eisini hava møguleika at lesa víðari seinni, skuldi hugurin verið til tess.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

innihaldið í lestrinum: 1. LESTRARÁR: Ein stórur partur av lestrinum 1. árið er skipað sum samlestur ímillum námsfrøði – og læraralesandi, har lesturin snýr seg um vitanarøki innan menning og læring í samband við børn og ung. Hesi øki eru m.a. vísindaástøði, barna– og ungdómsmentan, skapandi læra, lívsáskoðan og siðalæra, samskifti og grundleggjandi vitan innan sálarfrøði, námsfrøði og didaktikk.

2. LESTRARÁR Námsfrøðingar: Lesturin er savnaður um trý kjarnuøki. Fyrra hálvárið halda tey fram við sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk, men nú við áherðslu á serøkið. Seinna hálvárið eru tvey stór skeið: 1) Mál, mentan og siðsøga, og 2) Menniskja, stovnur og samfelag. Læraralesandi: Annað lestrarárið

skulu læraralesandi velja ímillum eina hugvísindaliga ella náttúruvísindaliga breyt. Lesturin snýr seg um fakliga vitan og didaktiska vitan og førleikar. 3. & 4. LESTRARÁR lesa bæði lærara– námsfrøðilesandi linjulestur. Ein linja á 45 ECTS verður lisin ávikavist 3. og 4. Lestrarár. Innihaldið í linjulestrinum er bæði fakfakligt og fakdidaktiskt, tvs. at tey lesandi, í linjulestrinum nema sær faklig, námfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøkið. NÁMSFRØÐILESANDI: kunnu velja hesar linjum: Smábarnapedagogikk, Estetiskar lærutilgongdir og kreativa barnið, Heilsa, kroppur og rørsla. LÆRARALESANDI: kunnu velja linjur, sum eru fakøkini í føroyska fólkaskúlanum: Føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søga, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæra, alis-/ evnafrøði, støddfrøði, myndlist, hondarbeiði, smíð, heimkunnleiki, ítrótt, tónleik, náttúru/tøkni, kunningartøkni. Felags linjur: Nakrar av linjunum eru felags lestur ímillum námsfrøðiog læraralesandi. Hesar linjur eru: Innskúling/skúlabúgving, námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting ella sernámsfrøði.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

35


LESTRARSTAÐ

BACHELORUPPGÁVAN: Í síðsta fjórðingi av triðja lestrarári arbeiða bæði lærara- og námsfrøðilesandi við bacheloruppgávuni. Bachelorlesturin verður lokin við endan av 3. lestrarári. 4. LESTRARÁR lesa tey lesandi seinna linjulesturin, sum er skipaður eftir sama leisti sum á triðja ári. YRKISUPPGÁVAN Í síðsta fjórðingi av fjóðra lestrarári arbeiða bæði lærara- og námsfrøðilesandi við eini

yrkisrættaðari uppgávu. STARVSMØGULEIKAR TIL “HEIMSINS TÝDNINGARMIKLASTU STØRV” Lærara- ella náms-frøðiprógv gev atgongd til sera nógvar fakliga fjølbroyttar og spennandi arbeiðsmøguleikar. Tað góða við at arbeiða við børnum og ungum, har menning og læring er í fokus, er, at tú mást fylgja við teimum spennandi og øðrvísi broytingum, sum áhaldandi eru í mentanini hjá

LESA PARTAR AV LESTRINUM UTTANLANDA Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlanda. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni. Í løtuni lesur ein

36

PISAN 2011

børnum og ungum. Tú ert umborð í tokinum, sum fer við fullari ferð inn í framtíðina. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi, og á nógvum økjum innan serøkið. Stórar avbjóðingar á spennandi fakøkjum.Lærarayrkið er sera fjølbroytt. Tú arbeiðir við børnum og ungum í nógvum ymiskum aldrum, og innan nógv ymisk spennandi fakøki. 1

læraralesandi linjulesturin týskt á Zahle Seminarium í Keypmannahavn. Til ber eisini at fara í starvslæru uttanlanda. Fremst í greinini er mynd av Rógva Lamhauge, sum lestur til lærara á 2. ári. Her er hann í starvsvenjing í einum skúla í Reykjavík.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

vit koma at arbeiða tætt saman við øðrum.

GUNNLEYG RÓADÓTTIR, POULA JANSY JACOBSEN OG ARNLEYG Í LON MOHR LESA TIL NÁMSFRØÐING Á TRIÐJA ÁRI. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at vit hava í huga, at vit ikki fáa útbúgvingina, men at vit sjálvar ogna okkum eina útbúgving. Grundin til, at vit valdu at taka eina útbúgving í Føroyum, er tann, at vit ikki vildu fara uttanlands, burtur frá okkara familju og vinum. Vit eru so heimkærar. At lesa til námsfrøðing er sera avbjóðandi og krevjandi. Vit eru

til undirvísing uml. 15 tímar um vikuna. Síðani arbeiða vit við ymiskum uppgávum. Hesin lestrarformur krevur nógva sjálvsdisciplin. Vit hava sera nógv at lesa. Arbeiðsformarnir vit hava eru: fyrilestrar, bólkaarbeiði, munnligar framløgur, nógvar skrivligar uppgávur, og so hava vit eina starvsvenjing á hvørjum ári. Tá vit skriva uppgávur, eru vit oftast í bólki, men vit fáa eisini kravdar einstaklinga uppgávur. Tá ein arbeiðir í bólki, hevur ein stóra ábyrgd, tí tá skal ein ikki bara hugsa um seg sjálvan, men eisini duga at tillaga seg til hini í bólkinum. Tó er tað at arbeiða í bólki sera áhugavert, avbjóðandi og ein lærir nógv. Hetta brynjar okkum eisini til komandi starv okkara, har

Tað sosiala í samband við lesturin á Læraraskúlanum hevur stóran týdning. Ein kemur tætt uppá hvønn annan og kemur at kenna nógv nýggj fólk. Fær nógvar nýggjar vinir. Vit frá bygd koyra saman til Havnar í skúla, og tað er sera hugnaligt og samansjóðar okkum á ein annan hátt, enn tá ið vit eru í skúla. Eisini eru vit av og á úti og eta ella í biograf saman við okkara lestrarfelagum. Og vit hava eisini havt jólaborðhald saman. Gunnleyg, Poula Jansy og Arnleyg hava allar valt linjuna Estetiskar lærutilgondir og kreativa barnið. Í hesum sambandi vóru tær í starvslæru í dagstovninum Gjái í Gøtugjógv. ”Hetta hevur verið sera áhugavert og avbjóðandi. Vit hava valt at royna Søgutráð (Storyline) í praksis. Tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu hesin arbeiðsháttur riggar í praksis, tá tað í teoriini ljóðar so lætt. Vit hava upplivað, at tað sum heild hevur riggað væl, men funnu útav at okkurt var serliga avbjóðandi, og tí er umráðandi allatíðina at reflektera um, hvat mann ger í praksis”. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

37


ÍBLÁSTUR

Ferðaðist Kring Rusland 38

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


ÍBLÁSTUR

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

39


ÍBLÁSTUR

Útveksling: (HA)psyk. á CBS

Ferðaðist kring Rusland Sum flest onnur, ið júst eru liðug við miðnámsskúlan, valdi eg eisini at fara út á arbeiðsmarknaðin í eina tíð. Eftir tvey ár við arbeiði og ferðing her og har var tíðin komin til at fara í skúla aftur. Man gleddi seg í roynd og veru ikki sørt at opna eina bók aftur og seta seg á skúlabonk. Valið hjá mær fall á CBS. Tá eg altíð havi havt stóran áhugan í økonomi, varð eg rímiliga tíðliga greiður yvir, at tað var á CBS, eg skuldi brúka mína skúlatíð. Í roynd

40

PISAN 2011

og veru umhugsaði eg ongantíð at fara at lesa nakra aðra staðni enn í Keypmannahavn. Man var ikki meiri enn tey 20, so tryggleikin í at vera í eini býi saman við øllum hinum føroyingunum taldi nógv í míni avgerð. Eftir nakað av hugsan aftur og fram fall valið hjá mær á HA(psyk.). Tað er ein samanseting av vinnulívsbúskapi og sálarfrøði. Orsøkin til, at eg valdi, sum eg valdi, var, at mær dámar sera væl hesi bæði økini hvør í sær, og tí hugsaði eg, at

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

hetta mátti vera akkurát nakað fyri meg. Útbúgvingin hevur verið fín, men sæð í bakspeglinum hevði eg helst valt eitt sindur øðrvísi. Tað er ein búskaparlig útbúgving til tey, sum ræðast støddfrøði, tøl og grafar. Við øðrum orðum snýr hon seg nógv um tað meira menniskjaliga úti í vinnulívinum so sum HRM. Sjálvur helli eg meira til tøl og grafar. At vera lesandi á CBS er gott lív. Sjálvsagt hevur tú dagar, har tú bara hevur hug til at blaka alt


ÍBLÁSTUR

gjøgnum vindeygað. Men soleiðis er tað nokk við øllum skúlum og øllum útbúgvingum. Tað mesta av tíðini hevur man áhugaverd fak. Eitt pluss við júst HA(psyk.) er, at tú ert ikki so nógv í skúla (men tú hevur nokk at lesa fyri tað). Tað gevur góðar møguleikar til eitt nú at arbeiða við síðuna av (ella sova leingi um morgnarnar. Tað hendir seg viðhvørt). Útveksling í Moskva Sum eg segði í byrjanini, so valdi eg at lesa í Keypmannahavn fyri tryggleikans skyld. Eftir eini tíð fann eg so útav, at tryggleikin forðaði mær í at síggja heimin. Eg vildi gjarna út at royna meg eitt sindur meira og fáa meira serstøk upplivilsi. Tá eg so fekk møguleikan at fara á útveklsing, ivaðist eg ikki eina løtu. CBS hevur samstarvsavtalu við yvir hundrað universitet kring allan heim, so har er okkurt til ein og hvønn smak. Eg hugsaði eitt sindur aftur og fram, hvar eg skuldi fara, og til síðst valdi eg so at taka eitt semester í Moskva. Tað skuldi vísa seg at vera ein ómetaliga góð avgerð.

fordómar vóru knýttir at Moskva: Kalt, grátt, vodka og kommunisma bara fyri at nevna nakrar. Hetta var somuleiðis ein av orsøkunum til, at Moskva varð valdur; at koma míni óvitan til lívs. At fara til Moskva í útveksling hevur verið tann besta avgerðin í mínum lívi. Frá tí sera vanliga lívinum í sera vanliga Keypmannahavn við teimum somu fólkunum, sum eg

altíð havi kent, varð eg brádliga settur í eitt fullkomiliga nýtt umhvørvi. Alt var nýtt. Nýggjur býur, nýggj fólk, nýggj mentan, nýtt mál og enntá nýtt alfabet. Í byrjanini var hetta eitt sindur ræðandi, tí tað trygga teppið varð skrykt undan mær, og eg visti ikki, hvat framtíðin fór at bera við sær, men tíðin vísti, at eg ongantíð havi havt nakra orsøk til at óttast.

Eg var í Moskva frá august til desember 2010. Ein av høvuðsorsøkunum til, at eg valdi Moskva, var, at eg vildi uppliva nakað serstakt, og eg veit, at Moskva er ikki ein býur, sum føroyingar kappast um at vitja. Somuleiðis visti eg, at nógvir

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

41


ÍBLÁSTUR

Eg kom skjótt at kenna eina rúgvu av fólki. Vit vóru eini 60 útvekslingsstudentar, sum búðu, ótu, svóvu og gjørdu so at siga alt saman. Tað, at vit vóru so nógv saman, gjørdi, at tú næstan helt teg vera á eftirskúla aftur. Tað var ótrúliga stuttligt, og eg fekk nógvar góðar og tættar vinir, sum eg framvegis havi samskifti við, eftir at eg eri komin heim. Á einum slíkum útvekslingsuppihaldi er tað ikki skúlin, sum fær fremstu raðfesting. Tíbetur. Tað er alt, sum er rundanum, ið er mikið meir áhugavert. Næstan hvør

42

PISAN 2011

einasti dagur var á tremur við upplivingum. Nógv tíð fór til at ferðast, har eg millum aðrar býir vitjaði Kiev, St Pætursborg og Kazan. Eisini royndi eg at taka av øllum tilboðunum, sum eg fekk í sjálvum Moskva. Okkurt kvøldið var eg til ballet. Onnur kvøld fóru m.a. til kurvabólt, sirkus, íshockey, sangleik, sjónleik, russiska saunu o.s.fr. Møguleikarnir vóru óteljandi, og eg royndi sum frægast at lofta teimum. Eitt serstakliga stuttligt upplivilsi var, tá Pál Joensen var í Moskva og svam. Eg fór oman í høllina at hyggja og møtti honum

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

aftaná. Tað kvøldið brúkti eg so saman við Pál, har eg vísti honum nøkur av teimum áhugaverdu støðunum í tí serstakliga vakra Moskva. Um eg skal geva nýggjum lesandi eini ráð, so mugu tey vera: Far á útveksling! Tú hevur møguleikan, so hví ikki taka av? Øll í mínum flokki, sum eg havi tosað við, siga, hvussu ótrúliga stórt tað var at vera á útveksling. Hetta er ein gyltur møguleiki at royna nakað heilt annað, tí slíkir møguleikar fara at vera ógvuliga avmarkaðir í framtíðini. 1


ÍBLÁSTUR

FØROYA LANDSBÓKASAVN

flb.fo

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

43


Læraraseminar á Zahle í Keypmannahavn LESTRARSTAÐ

44

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

Navn: Fróði Hansen Aldur: 24 ár Heimstaður: Tórshavn Núverandi býur: Keypmannahavn Miðnámsútbúgving: Hf Útbúgving: Lærari Útbúgvingarstað: Læreruddannelsen Zahle Email: frodi-hansen@hotmail.com

Um skúlan Eg lesi á læraraseminarinum Zahle í Keypmannahavn. Havi nú lisið í eitt hálvt ár av teimum 4 árunum, ið útbúgvingin er normerað til. Áðrenn man byrjar útbúgvingina, skal man velja sær eitt linjufak, also eitt fak, ið man hevur fyrstu tvey árini og síðani kann undirvísa í. Tá ið man hevur fingið sítt læraraprógv, skal man í mesta lagi hava trý fak og í mínsta lagi tvey. Eftir gomlu skipanini høvdu útbúnir lærarar lærarapappír uppá heili 5-6 fak, ið teir kundu undirvísa í, men hetta er júst broytt fyri at hækka støðið á undirvísingini. Mítt linjufak er enskt, og væntandi velji eg tónleik 3. árið. Afturat linjufakunum hevur man

nógv um didaktik og pedagogik umframt samfelagsfrøði og religión. Nógv bólkaarbeiði er í hesi útbúgving. Tad var eg nokkso skeptiskur um, tá ið eg byrjaði, tí at mær hevur ongantíð dámt bólkaarbeidi, men lesibólkurin, ið eg kom í, hevur riggað sera væl. Hóast ein stórur partur av útbúgvingini snýr seg um bólkaarbeiði, so eru eisini uppgávur, ið ein ger sjálvur. Hvørt ár skal man eisini í praktikk á onkrum fólkaskúla. Eg var í januar mánaði í praktikk vid mínum lesibólki á einum privatskúla í Rungsted. Rungsted kommuna er ríkasta kommuna í Danmark, og øll, ið vit sluppu at undirvísa, vóru sonevnd ”rich kids”, og tað gekk sera væl. Tað sigst eisini, at tað ikki er fyrr enn eftir tað fyrsta

praktikk-uppihaldið, at tú veitst, um læraraútbúgvingin er tað, ið tú veruliga vilt. Undirvísingin fyrigongur ikki eins og á universitetinum, har lærarin vanliga heldur fyrilestur fyri stórari fjøld. Á læraraseminarinum kemur man í fastan ´flokk, ið eisini ger, at man kemur at kenna fólkini í flokkinum væl. Tað er næstan eins og at ganga á HF, man sær fólkini 3 ferðir um vikuna, og samanhaldið verður tískil gott. Vit hava havt fleiri klassaball og verið til konsertir hjá teimum mongu tónleikarunum í flokkinum; og so er tað eisini tann famøsa fredagsbarrin, ið verður mett at vera ein tann besta studiebarrin í Keypmannahavn. Umleið aðru hvørja viku hevur fredagsbarrin opið

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

45


LESTRARSTAÐ

á skúlanum, og hon er sera væl vitjað, bædi av næmingunum á skúlanum og gestum hjá næmingunum. Skúlin liggur sera sentralt. Einans 3 minuttir eru til gongu frá Nørreport Metro st. Keypmannahavn Keypmannahavn er ein øgiliga hendingarríkur býur. Her er stórt sæð alt til øll áhugamál. Her spæla nógv av heimsinis størstu tónleikanøvnum, og er man til undirgrundstónleik, so eru hópin av spælistøðum. Dámar man væl

46

PISAN 2011

náttarlívið, so eru hópin av barrum og diskotekum, ella er man kanska fótbóltsfreak, so kann man fylgja við FCK í Parkini osfr. Her er okkurt til øll. Eitt annað, ið er sera gott við Keypmannahavn, er, at samferðslumøguleikarnir eru í toppi. Her koyra bædi metro, s-tok og bussar í døgndrift, og tað er sera lætt at koma úr staði til stað. Kollegie  Eg vil ráða tykkum, ið koma niður

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

at lesa, til at søkja kollegie ella íbúð, áðrenn tit koma niður, tí tað kann vera torført. Har eru fleiri heimasíður, har til ber at søkja. Eg búgvi eitt nú á Oyrasundskolleginum, og tað fekk eg ígjøgnum heimasíðuna, www.kollegierneskontor.dk. Eg vil hervið enda við at ynskja tær, ið fer út um landoddarnar at lesa, góða eydnu. Kemur tú til Keypmannahavnar, so síggjast vit helst onkustaðni. Allir vegir føra til Skarv. 1


MFS.FO

23. juli 2011 í Posthúskjallaranum

MFS.FO

sí meira á: mfs.fo/vitan


LESTRARSTAÐ

GO FOR IT! Margmiðlasniðgevi (multimediedesignari) á Københavns Erhvervs Akademi

Á sumri 2009 fór eg undir at lesa til margmiðlasniðgeva (multimediedesignara) á Københavns Erhvervs Akademi í Keypmannahavn. Hetta er ein tvey ára langur framhaldslestur, og eg eri nú lesandi á 4. semestri. Útbúgvingin margmiðlasniðgevi umfatar, sum navnið vísir á, at sniðgeva til fleiri miðlar, sum t.d. heimasíður, bløð, video o.s.fr., men í høvuðsheitum er útbúgvingin býtt upp í fýra fakøki; samskifti, visualisering, interaktion og organisation. Í stuttum vil eg greiða frá, hvørji evni dentur verður lagdur á innan tey fýra fakøkini. Í organisationsfakinum nemur man evni sum organisationsdesign, strategimenning, projektarbeiði og økonomi. Samskiftisfakið snýr seg um marknaðarføring,

48

PISAN 2011

samfelagsmenning, samskifti og journalistik. Í visualiseringsfakinum verður m.a. undirvíst í sniðgeving, grafikki, konseptútvikling, video, ljóð, 3D og animation. At enda er tað interaktiónsparturin. Hesin umfatar programmering av heimasíðum við meira innan fakið. Hóast útbúgvingin er samlað um fýra ymisk fakøki, er umráðandi at nema sær vitan innan øll økini. Tó vil tað altíð verða so, at ein hevur størst áhuga í einum ella tveimum av økjunum, og tað verður eisini góðtikið. Fyri at gera útbúgvinina so veruleikakenda sum møguligt eru uppgávurnar tætt knýttar at vinnulívinum. Tað kann snúgva seg um at sniðgeva ein visuellan samleika til eina veruliga fyritøku, gera eina tilhoyrandi heimasíðu, skriva

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

rapport, útvikla konsept og síðani marknaðarføra fyritøkuna og konseptið. Hesar uppgávur eru sera umfatandi, og tí verður oftast arbeitt í bólkum. Útbúgvingin er býtt upp í tíðarskeið, og vanliga eru eini fýra tíðarskeið í hvørjum semestri. Ein uppgáva plagar at fevna um eitt tíðarskeið, sum er áleið ein mánað. Av somu orsøk verður komið væl runt í teimum fýra fakøkinum. Vansin er tó, at útbúgvingin kann tykjast eitt sindur grunn. Man skal náa ótrúliga nógv innan tvey ár, og tí verður tað farið skjótt og lættliga ígjøgnum evnini. Sæð í tí stóru myndini er meiningin

sjálvandi, at ein fyrst lesur til margmiðlasniðgeva og eftir tað velur sína grein at lesa víðari. Til ber at taka ein proffesiónsbachelor, ið tekur hálvtannað ár, eftir loknan lestur. Skúlaumhvørvið er sera gott, og ofta verður skipað fyri sosialum tiltøkum. Eitt nú er tann árliga “Creativity Night” sera væl umtókt. Tá kunnu øll á skúlanum vísa síni listarligu evni við at tekna, mála, sniðgeva, spæla tónleik ella annað. Har afturat eru nógvar evnisveitslur og ikki at gloyma tann vælvitjaða fríggjadagsbarrin. Sí meira um útbúgvingina á www.kea.dk.

Keypmannahavn sum lestrarbýur Keypmannahavn rúmar ógvuliga nógvum lesandi, og hetta sæst aftur í býarmyndini. Nógv verður gjørt burturúr fyri at fáa tey lesandi at trívast í býnum. Býurin hevur nógv tilboð til tey ungu, bæði tá talan er um útbúgving, mentan og náttarlív. Keypmannahavn hevur landsins bestu bókasøvn, sum altíð standa opin fyri tær sum lesandi, og eru tey savningarstøðini hjá nógvum ungum. Ein rúgva av mentanartilboðum eru at finna runt í býnum hvønn einasta dag, og eru hesi í flestu førum til ein bíligan penga. Harafturat er ferðslusambandið í býnum ótrúliga gott. Metro, bussar og tok eru altíð í nærumhvørvinum, og sera lætt er at ferðast við teimum. Um mann ikki er til almennan flutning, er súkklan altíð hent. Hon verður dúgliga nýtt av nærum øllum dønum. Samanumtikið vil eg siga, at útbúgvingin sum miðlasniðgevi er ein góð útbúgving, og serliga í hesum døgum tá nógv fokus er á teldur, fartelefonir, video o.s.fr. At Keypmannahavn er ein so góður býur, ger, at bestu fyritreytir eru fyri, at alt gongur upp í eina hægri eind. Man trívist í lesnaðinum. At enda vil eg bara siga “Go for it!” 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

49


50

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

At nerta við lívið Navn: Heiðrikur Bergsson Aldur: 27 ár Heimbýur: Tórshavn Núverandi bústaður: Keypmannahavn Útbúgving: Biologi á Københavns Universitet Miðnámsskúli: Studentaskúlin í Hoydølum

Tann stóra avgerðin Eg kundi lisið lívfrøði á Setrinum, men eg valdi tað frá. Eg haldi, at tað er óheppið, at tað ikki ber til at taka kandidat í lívfrøði á setrinum og møguliga ein Ph. D eisini. Føroyar hevur eina ríka náttúru og tilfeingi; eitt satt marglætisland fyri lívfrøðingar. Var møguleikin fyri at

taka kandidat og Ph. D í lívfrøði á Setrinum, hevði tað hálað nógvar lívfrøðisspírar til landið. Ístaðin valdi eg lívfrøðideildina á Universitetinum í Keypmannahavn; eitt ótrúliga gott universitet við góðum undirvísarum og góðum hølisviðurskiftum. Í løtuni eri eg á havlívfrøðideildini í Helsingør,

har vit sleppa út at sigla og taka neyðugar royndir. Eitt frálíkt getaway frá teim mongu fyrilestrunum, sum fylla nógv júst hetta semestrið. Lýsing av útbúgvingini og lestrarumhvørvinum Keypmannahavn er ein góður býur – her er alt, mær tørvar. Tað

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

51


LESTRARSTAÐ

“Eg arbeiði og lesi um lívið; um alt tað, ið er livandi og gevur okkum lív” var nærum sjálvsagt, at eg flutti inn á Oyrarsundskollegiið, her eg búgvi saman við damuni. Mær dámar væl at búgva her á kollegiunum, tað liggur miðskeiðis, er bíligt, og her eru nógv vinfólk. Lívfrøði er ein rættiliga víttfevnandi útbúgving; tey fyrstu tvey árini eru tær flestu lærugreinarnar kravdar, og har verður nomið við nærum alt, ið hevur við lívfrøði at gera. Ta fyrstu vikuna varð skipað fyri einum samansjóðingartúri, og haldi eg, at tað er av sera stórum týdningi at vera við til hesar túrar. Her knýtir tú bond og lærir tínar floksfelagar at kenna. Eisini hevur tað nógv at siga, at tú ert ein opin og jaligur

52

PISAN 2011

persónur og luttekur í felagslívinum. Hjá mær er hetta ikki ein trupulleiki, mær dámar væl at læra nýggj fólk at kenna, og eg havi eisini tvær ferðir verið við til at skipa fyri samansjóðingartúrum fyri tey nýggju lesandi. Vit hava eisini okkara egnu barr – “BioBar”, ið er væl vitjað bæði av okkum lívfrøðilesandi, men eisini øðrum; ein tiltikin góð og stuttlig barr. Hvussu leggur tú tær dagarnar til rættis, soleiðis at mest kemur burturúr? Tað er sjálvandi stór broyting frá miðnámsskúlanum til universiteti. Tann størsta er hon, at tað er

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

ikki møtiskylda, men eg kann ikki undirstrika nóg ofta, hvussu týdningarmikið tað er at møta upp til teir ymsu fyrilestrarnar. Alt, ið eg lesi heima, verður gjølla gjøgnumgingið til fyrilestrar, og ein fær betur sett tað ymiska í perspektiv. Fyri at alt ikki skal gerast skúli og útbúgving, leggi eg hvørja viku til rættis ístaðin fyri hvønn dag: Eg avgeri, hvat eg lesi hvørja viku. Soleiðis havi eg nakrar frídagar. Men eg havi so stóran áhuga fyri mínum faki, tískil føli eg ikki lesnaðin sum eina byrðu. Eg fylgi væl við í nógvum, ið er tengt at lívfrøðini; t.d grindadrápi í Føroyum, og eitt sindur av tíð fer við at lesa greinir uttanfyri pensum. Framtíðin Eg havi júst fingið arbeiðið hjá Fiskeridirektoratet, har eg skal kanna hjáveiðuna hjá donskum fiskiskipum; tað er stak spennandi arbeiðið, ið fer at geva eina betri mynd av teim ymsu fiskastovnunum. Eftir loknan lestur vilja eg og daman til Grønlands at arbeiða; fáa góðar starvsroyndir og eisini uppliva eitt annað land. Men sum nú er verður avbjóðingin arbeiðið og síðan kandidat-verkætlanin. MFS ynskir Heiðriki góðan byr framyvir. 1


LESTRARSTAÐ

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

53


LESTRARSTAÐ

Samfe Fróðsk 54

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

elagsvísind á kaparsetri Føroya [WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

55


LESTRARSTAÐ

Samfelagsvísind á Fróðskaparsetri Føroya Eg eiti Dávur í Dali, eg eri 21 ár, og eg lesi Samfelagsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Fyri føroyingar sum heild er tað vanligasta helst at fara til Danmarkar at lesa hægri lesnað, tá tey eru uml. 20 ára gomul. So stórur normur er tað, at tað fyri tey flestu ungu ikki er nakar spurningur, um hvagar tey ætla sær at fara at lesa, men einans nær tey skulu flyta til Danmarkar. Eg havi altíð vitað, at eg sjálvur helst vildi taka hægri lesnað, antin í Føroyum ella í USA. Eg kenni sjálvur, hvussu óvanligt fólk halda, at hægri lestur í Føroyum er, frá reaktiónunum eg havi fingið,

56

PISAN 2011

tá eg sigi fyri fólki, at eg lesi á Fróðskaparsetrinum. Onkur hevur tá fingið eitt heilt serligt andlitsbrá, – eitt, sum næstan sigur “hví í allari víðu verð gert tú tað?” Og so eru tað eisini sera nógv, sum lítið og onki kenna til møguleikarnar fyri hægri lesnaði í Føroyum, og hvussu tað er skipað. Tí kann sigast, at hægri lesnaður í Føroyum fyri mong er eitt hugtak, sum er sera fjart, og tað haldi eg er synd, tí tað er heilt einfalt ein avgerð, eg eri sera glaður fyri at hava tikið, og júst hví, vil eg koma inn á í hesi grein. Alt, eg visti um Setrið frammanundan, visti eg frá mammu míni,

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

sum hevur tikið master í søgu og bachelor í stjórnmálafrøði har. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki og samfelagsligum evnum sum heild, og eg visti tí, at tað var tann vegin, eg vildi fara við hægri lesnaði. Eg var so heppin, at setrið bjóðaði tað, ið verður kallað samfelagsvísindi út, júst sum eg varð liðugur við miðnámsskúlan. Tað fyrsta semestrið hevði eg trý fak, føroysk nýtíðarsøga, samfelagsvísindalig háttaløg og mentanarfrøði. Trý rættiliga ymisk fak, sum kortini umfata øll samfelagsvísindi væl, og eg haldi tey vóru sera góð fak at byrja við av somu orsøk.


LESTRARSTAÐ

Føroysk nýtíðarsøga snúði seg, sum heitið sigur, um nýggja føroyska søgu – t.v.s. um tíðina frá 1800-talinum til dagin í dag, og tað fakið dámdi mær serliga væl. Undirvísingin tóktist frá byrjanini av sera, sera góð, við góðum lærara og góðum tilfari, og í retrospekt haldi eg, at hon gjørdi, at øll ivamál um at vera byrjaður at lesa á setrinum hvurvu. Tað fekk meg veruliga til at kenna meg heima á setrinum, og eg visti, at hetta var tað, eg vildi gera tey næstu árini. Fakið samfelagsvísindalig háttaløg snúði seg um at læra at gera vísindaligar kanningar og

at skriva vísindaligar uppgávur, baserað á egin innsamlað data og álítandi keldur. Fakið var skipað sum bólkaarbeiði, har hvør bólkur skuldi velja eitt samfelagsfrøðiligt evni, tey vildu gera eina kvantitativa kanning um, sum so skuldi gevast endaligur karakterur fyri. Um eg skal siga nakað neiligt um tað at lesa í Føroyum, so haldi eg, at tað manglar eitt sindur av samanhaldi millum tey lesandi. Hóast tað av og á hava verið nøkur tiltøk og ball, er trupult at byggja upp samanhald, sum vit kenna tað frá eitt nú miðnámsskúlunum. Ein orsøk er

sjálvandi, at lesnaðurin er bygdur øðrvísi upp, so at tey lesandi ikki eru so nógv saman í skúlanum, og høvi at læra hvønnannan at kenna tí er meira avmarkað, enn ein er vanur við. Hinvegin kunnu onnur høvi, sum eitt nú bólkaarbeiði, bøta um henda trupulleika, umframt at ein ávís tillagingartíð til broyttu viðurskiftini krevst, tá vit skulu skapa nýggjar sosialar samverumøguleikar. Nýggju hølini á Søgu og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu eru í hvussu er vælegnað til bæði gaman og álvara. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

57


ÍBLÁSTUR

Felagið fyri Føroysk Juralesandi (FJL) hevur umleið hálvthundrað limir og varð sett á stovn í 1996 av Kára á Rógvi við tí endamáli at savna føroysk løgfrøðilesandi í Danmark og aðrastaðni til faklig tiltøk.

58

PISAN 2011

Hóast felagið í dag í størri mun røkir sosial endamál, so eru fakligir tættir eisini á skránni, og samansjóvingartiltøkini gerast eisini javnan karmar um fakligt kjak, tá tey lesandi nýta høvið at umrøða løgfrøðiligar spurningar.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Tørvurin á einum tílíkum felagsskapi, undir liðini á MFS og bólkum, ið eisini røkja samsvarandi endamál á universitetunum, hevur ofta verið umrøddur. Men tað vísir seg, at bæði tørvur og áhugi er til staðar, serliga tí tað gevur


ÍBLÁSTUR

Navn: Elisabeth F. Rasmussen Aldur: 24 Útbúgving: Kandidatlesandi Jura Útbúgvingarstað: Keypmannahavn Heimbygd: Tórshavn Midnámsútbúgving: Studentaskúlin í Hoydølum

nýggjum lesandi møguleika fyri at venda ivamálum, tey hava um lesnaðin og lestrarumhvørvið, við onnur lesandi, ið hava verið í somu støðu frammanundan. Ein afturvendandi táttur hjá felagnum er fimmarin. Vit hittast við jøvnum millumbilum á eini kafe í býnum, fríggjakvøld um fimm-tíðina. Tosað verður um mangt og hvat, og høvi er at spyrja onnur lesandi um ráð, t.d. um undirvísarar, notatir, val av faki, uttanlandsuppihald í sambandi við praktikk og skiftislesnað, skattaviðurskifti o.s.fr. Av og á verður eisini skipað fyri fakligum tiltøkum. Í november vitjaðu vit

til dømis á einum advokatkontóri í Keypmannahavn. Onkuntíð hevur felagið samstarvað við føroyskar stovnar og fyritøkur um vitjanir í summarfrítíðini, um undirtøka hevur verið fyri tí. Eitt høvuðstiltak hjá felagnum er árliga jólaborðhaldið. Í november 2010 var methøgt luttakaratal, tá 34 juralesandi vóru savnað til eitt rimmar jólaborðhald. Tey lesandi kunnu gera sína ávirkan galdandi í felagnum, um teimum lystir, og vit eggja teimum at luttaka. Tann lesandi avger sjálvur, hvussu og í hvønn mun hann luttekur. Felagið miðar eftir at skapa

[WWW.MFS.FO]

sambond millum løgfrøðilesandi, tvørtur um árgangir. Tað kann styrkja um áhugan fyri at flyta heimaftur at kenna onnur við somu fakligu bakgrund og áhugamálum í Føroyum, og tílík sambond vísa seg ofta at verða avgerandi á yrkisleiðini seinni. Um tú skalt byrja at lesa løgfrøði eftir summarfrítíðina, skalt tú tekna teg sum lim á Facebook-síðu okkara: ”Leitiorð: Føroyingar á Jura i Keypmannahavn”, ella skriva til okkum á ”fojuralesandi@gmail. com”. Øll juralesandi kunnu gerast limir. 1

PISAN 2011

59


Búskaparfrøðilesand Keypmannahavn (Bú ÍBLÁSTUR

60

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


di í úK)

ÍBLÁSTUR

BúK er ein felagskapur fyri búskaparfrøðilesandi føroyingar á Københavns Universitet. Limirnir koma saman nakrar ferðir um árið til álvara og gaman – veitslur, orðaskifti og onnur spennandi búskaparpolitisk tiltøk. Í hesum høpi er tað eitt gott høvi hjá limunum at netverka, forvitnast og hjálpa hvørjum øðrum við spurningum til lesnað og annað, sum har hoyrir til. Búk hevur eisini skipað fyri fyrilestrum, har tilkomnir búskaparfrøðingar luttóku og komu við sínum ískoyti til orðaskiftið um føroyska búskapin, sæð frá einum fakligum sjónarhorni. Eisini hava vit skipað fyri fakligum skeiðum fyri limirnar,

har teir fáa møguleikan at nema sær eyka vitan og førleikar á summum økjum innanfyri lesnaðin. Í BúK hava vit valt at leggja dent á sosial tiltøk eins væl og faklig tiltøk, tí vit meta trivnaðin hjá limunum at vera ein sera týdningarmiklan part av grundarlagnum undir nøkrum góðum og gevandi lestrarárum. Tað ber til at finna BúK á facebook og á tann hátt koma í samband við okkum, um nakrir spurningar eru, ella um ein ynskir at gerast limur – tað er ókeypis! 1 Vinarliga heilsan Hallur E. Markná, skrivari

Fakta um búskaparfrøðilesnað á Københavns Universitet: - Útbúgvingin eitur meira nágreiniligt Cand. Polit, sum tú verður eftir ein 3 ára bachelor og síðani ein 2 ára kandidat/master. - Man hevur 4 fak per semester, sum svarar til umleið 20-25 tímar í skúla um vikuna. - Bachelor parturin er 21 fak, har av 18 eru fastløgd, og 3 eru valfak. - Gerandisdagurin gongur fyri seg í einum øki mitt í Keypmannahavn, tætt við Nørreport station.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

61


LESTRARSTAÐ

FILOSOFI Á KØBENHAVNS UNIV Hví valdi tú at lesa filosofi? Eg hevði filosofi, tá eg gekk í Hoydølum, so tað er nokk har, áhugin fyri fakinum av fyrstan tíð birtist. Tá eg so skuldi til at lesa víðari, fall tað nokk so natúrligt at royna filosofiina. Tað feita við filosofi er, at man sleppur at arbeiða við ógvuliga grundleggjandi spurningum. Tað kunnu vera spurningar um vitan, moral, sannleika... fyri bert at nevna nakrar fáar. Hvat eru vit menniskju í botn og grund? Hava vit ein frían vilja? Hvat kunnu vit vita við vissu? Kann moralur vera objektivur? Hvat eyðkennir sambandið millum menniskjað og heimin? Samstundis fær man eitt gott innlit í teir tankar, sum longu eru blivnir hugsaðir um slíkar spurningar; man verður innførdur í filosofisku traditiónina. Filosoffarnir hava jú havt ógvuliga ymiskar áskoðanir um hesi tingini. Útbúgvingin í filosofi er so ein roynd at skipa spurningarnar og tær royndirnar, sum hava verið gjørdar at svara teimum.

62

PISAN 2011

og hví Keypmannahavn? Eg eri hálvur dani og havi tískil altíð havt nógv samband niður. Helvtin av familjuni býr her, og umframt tað búgva nógvir av mínum vinum eisini niðri. Men umframt tad er Keypmannahavn eisini ein deiligur býur at búgva í. Her hendir nógv á mentanarøkinum, her er nógv býarlív, og altíð nokk av tingum at fara til. Hvussu er útbúgvingini uppbygd? Hvat er innihaldið? Útbúgvingin tekur trý ár og endar við einari BAuppgávu á tridja ári. Í hesum tíðarskeiðinum skal nógv náast. Eg fái ikki ramsað alt upp her, men eg kundi nevnt okkurt: Filosofisøga fyllur rúman part av útbúgvingini fyrstu árini, og tað er kanska ikki so løgið. Ein avgerandi forteyt fyri at skilja tad modernaðu filosofiina er, at man hevur innlit í teir tankar, sum longu eru hugsaðir um tey

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

VERSITET

Navn: Rúni Christiansen Aldur: 25 ár Heimstaður: Tórshavn Núverandi heimstaður: Keypmannahavn Útbúgving: Filosofi á Universitetinum í Keypmannahavn

ymisku evnini. Aftrat søguliga partinum kemur tað meira ástøðiliga. Her kundi eg nevnt argumentatiónsástøðina. Her verður arbeitt við argumentum, og hvussu tey rigga. Hvat er eitt gott argument? Hvat er eitt ikki-gott argument? Aftaná eina tíð við slíkari undirvísing fangar man seg í at sita og ríva alt tað sum politikararnir siga í sjónvarpinum frá hvørjum øðrum; teir brúka ofta fullkomiliga óbrúkiligar grundgevingar :). So er tað alt møguligt annað eisini, men samanlagt kann man siga, at útbúgvingin er ein samanrenning av bakgrund (tí søguliga), og tí meira ástøðiliga, amboðum, logikki og argumentatiónsástøði. Tó so, í veruleikanum hongur alt jú saman. Hvat dámar tær lestrarumhvørvið, og hvussu er felagslívið?

Lestrarumhvørvið er fínt. Instituttið hevur eitt gott bókasavn, og lestrarvegleiðingin fungerar væl. Har er góð hjálp at heinta, tá tú hevur tørv á tí. Tað sosiala er eisini super. Vit hava eitt møtistað, har man kann keypa sær ein kaffimunn og tosa við onnur lesandi á fakultetinum, og tá vikuskiftið kemur, er ofta fredagsbar við bíligum øl, tónleiki o.s.fr. Framtíðin Bachelor-uppgávan er á skránni í nærmastu framtíð. Eg havi ikki avgjørt, hvat eg skal skriva um; havi onkur hugskot, men eg má líka taka eina avgerð. Síðan hugsi eg eitt sindur um útveksling. Kundi væl hugsa mær at tikið eitt semestur ella tvey onkra aðra stadni í Europa, men eg havi ikki avgjørt nakað nærri um hvar og hvussu enn. Um tit hava spurningar í sambamb vid filosofiútbúgvingina, so eru tit meira enn vælkomin at senda mær ein mail :) runich@m6.stud.dk 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

63


STUDNI – nýggja navnið á Stuðulsstovninum Tá ið Stuðulsstovnurin varð settur á stovn í 1988, varð fyrst og fremst hugsað um peningaligan stuðul, tá ið orðið ”stuðul” varð nevnt, t. d. stuðul til fiskivinnuna ella lestrarstuðul. Í dag hevur ”stuðul” ofta merkingina: at stuðla menningartarnaðum ella fólki við sálarligum ella likamligum breki. Tað er ikki so sjáldan, at starvsfólkini á Stuðulsstovninum møta hesi uppfatan, tá ið tey siga, at tey arbeiða á Stuðulsstovninum. Hetta er ein av orsøkunum til navnabroytingina. Ein onnur orsøk til at broyta navnið er, at Stuðulsstovnurin ofta verður blandaður saman við aðrar stovnar. Talan er altíð um stovnar, ið taka sær av fólki við breki. T.d. hevur Stuðulsstovnurin ofta verið blandaður saman við Sernámsdepilin, og fólk hugsa

64

PISAN 2011

ofta eisini um Stuðulstænastuna hjá Nærverkinum og Stuðulsfólkaskipanina hjá Almannastovuni, tá ið tosað verður um Stuðulsstovnin. Aðrir líknandi stovnar eru Stuðulsstovan og Stuðulstoymið.

Hví Studni? Grundgevingarnar fyri at velja orðið Studni sum nýtt navn eru fleiri: Studni er gamalt føroyskt orð, ið ikki verður nýtt longur. Studni er óbundið kallkynsorð, ið bendist studni, studna, studna, studna. Orðið merkir sambært móðurmálsorðabókini kjølfesti, og dømini, sum verða nevnd eru: ”legg ein studna í bátin (t.d. ein stein)”, og ”báturin hevði fingið ein studna av fiskinum”. Sagnorðið ”at studna” merkir at styðja, og dømini, ið verða nevnd her, eru: ”eg ætli mær at studna hann tað, eg kann”, og ”báturin var væl studnaður (væl av fiski í honum, kjølfestur)”. Kallkynsorðið ”studnaður” merkir stuðul, styrkur, studni og hjálp.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Dømið, ið verður nevnt í hesum førinum er: ”vit skulu bera okkum studnað í bátin, áðrenn vit fara”. Studni er snøgt, stutt orð, ið bert hevur altjóða bókstavir. Hetta ger, at heimasíðan og eftirnavnið í teldupostadressum verður tað sama sum í navninum. Studni skapar hugasamband (associatiónir) til orð sum studning, stuðul, student og at studera. Harafturat er nógv myndamál í hesum, sum er sagt, serliga tað at kjølfesta tey ungu, at geva teimum eina barlast fyri lívið við at geva teimum fíggjarligan stuðul og harvið møguleikan at fáa eina útbúgving. Sum nevnt omanfyri, er Studni lætt at benda, og tað fer kanska at styrkja bendingarkensluna hjá teimum ungu, sum fyrst og fremst vera tey, ið hava samband við Studna. Hugskotið til navnið eigur John Dalsgarð. Í samband við navnaskiftið hevur Studni fingið nýggja heimasíðu: www.studni.fo


Yrkistænastan Fá starvslýsingar beinleiðis á tín t-post Yrkistænastan er ein skipan, har lesandi sum hava meldað seg til Yrkistænastuna, kunnu fáa beinleiðis starvslýsingar á sína t-postadressu. Sum partur av Yrkistænastunini fær tann lesandi beinleiðis starvslýsingar á sín t-post frá øllum arbeiðsgevarum í Føroyum, sum nýta Yrkistænastuna. Á tann hátt verða tey lesandi skjótt kunnað um viðkomandi leys størv, og tey kunnu somuleiðis fylgja við í, hvat rørist innan føroyska arbeiðsmarknaðin. Í dag eru umleið 1400 føroyingar í skipanini, og teir búgva um allan heim. Endamál Yrkistænastan miðar eftir at skapa eitt samskifti millum føroyska arbeiðsmarknaðin og framtíðar føroysku arbeiðsmegina, sum oftast býr uttanlands í lestrarørindum. Yrkistænastan knýtir føroyingar undir útbúgving at føroyska arbeiðsmarknaðinum, við at teir beinleiðis kunnu fáa kunning um leys størv. Á henda hátt kunnu tey lesandi fáa eina fatan av, hvat rørist á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvørjar yrkismøguleikar tey hava í Føroyum. Nøkur av teimum, ið ikki hava Føroyar

í sínum framtíðarætlanum, kunnu verða eggjað til at flyta aftur til Føroya. Somuleiðis er endamálið at veita føroyskum arbeiðsgevarum møguleikan at fáa beinleiðis atgongd til møguligar umsøkjarar, serliga teir, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Hetta ger, at arbeiðsgevararnir kunnu koma í samband við ein breiðan og vælútbúnan skara av møguligum starvsfólkum. Á henda hátt verður føroyski arbeiðsmarknaðurin betri førur fyri at kappast við útlendsk starvspláss um føroysku arbeiðsmegina. Melda teg til Yrkistænastuna Lesandi kunnu gerast partur av Yrkistænastuni umvegis umsóknarbløð hjá Studna. Á umsóknarblaðnum um feraðstuðul til lesandi uttanlands og á umsóknarblaðnum um lestrarstuðul í Føroyum kunnu lesandi melda seg til. Umsóknarbløðini finnast á heimasíðuni hjá Studna á http://www.studni.fo/Default.aspx?pageid=9891. Eisini ber til at melda seg til skipanina við at skriva til yrki@yrki.fo og upplýsa navn og t-post. Tað eru Studni, Meginfelag Føroyska Studenta, Vinnuhúsið og Uttanríkisráðið, sum standa fyri Yrkistænastuni.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

65


STUÐUL FRÁ STUDNA Stuðul til lesandi í Føroyum Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Ert tú undir 18 ár fært tú  bókastudning – kr. 3.567 um árið. Uppfyllir tú treytirnar fyri at fáa vistarhaldsstudning, kanst tú eisini fáa kr. 2.492 um mánaðin.  Ert tú 18 ár ella eldri fært tú  studning til livikostnað – kr. 1.800 um mánaðin, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.369 um mánaðin. Um tú tekur eina hægri útbúgving ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, ert forsyrgjari ella kanst skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði,  fært tú  kr. 3.737 um mánaðin til livikostnað. Eigur tú børn, fært tú barnastudning – kr.

66

PISAN 2011

Uppgerð av ÚSUN’arum 1. mars 2011 Hvar Skotland England Ungarn USA Frakland Wales Australia New Zealand Pólland Holland Týskland Spania Tailand Estland Tilsamans

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Hvussu nógv 61 74 1 17 5 2 12 1 15 2 4 2 1 1 198

% 30.8% 37.4% 0.5% 8.6% 2.5% 1.0% 6.1% 0.5% 7.6% 1.0% 2.0% 1.0% 0.5% 0.5% 100.0%


750 um mánaðin fyri hvørt barnið undir 18 ár afturat teimum kr. 3.737. Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár fæst harafturat kr. 1.500 um mánaðin. Afturat hesum hevur tú møguleika at lána kr. 2.369 um mánaðin. Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðulsár) fyri hvønn barnsburð. Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla fyri sama kostnað.

Ferðastudningur til verkætlan er studningur til lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerðast í øðrum landi enn lestrarlandinum. Stuðul til lesandi uttanlands Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum. Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Studna. Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU. (framhald á næstu síðu)

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

67


61 7 9 1 4 0 0

Stórabretland

Europa annars

Norðuramerika

Suðuramerika

Australia/NZ

Miðeystur

Asia

100%

0,0%

0,0%

0,3%

0,1%

0,6%

0,5%

4,1%

2,2%

53,3%

39,0%

Býtið

1.509

0

2

5

0

7

5

77

28

789

596

Lesandi

 

100%

0,0%

0,1%

0,3%

0,0%

0,5%

0,3%

5,1%

1,9%

52,3%

39,5%

Býtið

2005/06

1.520

0

1

8

0

11

7

94

27

774

598

Lesandi

 

100%

0,0%

0,1%

0,5%

0,0%

0,7%

0,5%

6,2%

1,8%

50,9%

39,3%

Býtið

2006/07

100%

0,0%

0,0%

0,3%

0,0%

0,5%

0,5%

6,1%

2,4%

51,1%

við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.

Kelda: Studni

39,1%

útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd

1.547

0

0

4

0

8

8

94

37

791

605

Býtið

2007/08 Lesandi

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri

Í alt

1.477

32

Norðurlond

787

Danmark

576

Lesandi

2004/05

Føroyar

Talva 1

Føroyingar á hægri útbúgvingum - býtt á landafrøðilig øki og skúlaár

68 1.785

0

0

7

0

15

10

121

34

897

701

Lesandi

 

100%

0,0%

0,0%

0,4%

0,0%

0,8%

0,6%

6,8%

1,9%

50,3%

39,3%

Býtið

2008/09

1.872

1

0

7

0

13

20

111

34

939

747

Lesandi

Býtið

100%

0,1%

0,0%

0,4%

0,0%

0,7%

1,1%

5,9%

1,8%

50,2%

39,9%

2009/10


Tað er tó so, at Studni hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands. Tær eru: • ÚSUN-skipanin er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU. • Ferðastudningur uttanlands, sum er ein studningur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara. • Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

• Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. • Stuðul í serligum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í serligum førum til livikostnað og í heilt serligum førum til skúlagjald í Norðurlondum. Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á www.studni.fo. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Stuðulsmøguleikar og stuðulsupphæddir frá Studna

Studningurin til livikostnað verður inntøkujavnaður frá 1. august 2011.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

69 Studni Hoyvíksvegur 72 Postsmoga 3279 FO - 110 Tórshavn

tlf. 30 65 65 fax 30 65 66 studni@studni.fo www.studni.fo


SU-SKIPANIN Skrivað hevur: Katrin D. Apol

At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SUskipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar.

HVAT ER SU?

SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hinvegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað. Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa stuðul eftir somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði

70

PISAN 2011

kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini.

NORÐURLOND

Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen eftir somu treytum sum danir. Í Danmark er

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-Styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SU-studning, um tú supplerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til


supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkað við síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www. su.dk er eisini ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, t.v.s. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu, sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin skal vara minst eitt óslitið lestrarár.

Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu sum nevnt vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin Undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SU-Styrelsen),

áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini hjá SU-Styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um

ONNUR LOND

Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond, fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-Styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

71


góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-Styrelsen. Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestrarvirkin. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

72

PISAN 2011

STUTT LESTRARUPPIHALD UTTANLANDS Um tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú lesur, og ikki SU-Styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

MANNAGONGD

Áðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við


pappírsarbeiði o.ø., alt eftir, hvat land tú flytur til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt P-tal - tað sonevnda CPRnummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytur av landinum í útbúgvingarørindum, at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum CPR-nummari, sjálvt um tú fert aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt CPR-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað. Um tú flytur til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt CPR-nummar, fyrrenn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í. CPR-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt. Tí er neyðugt beinanvegin at kunna vísa á ein bústað. Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Søk eisini, hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-nummar, tí so er umsóknin komin inn rættstundis! Ofta kann ganga nakað av tíð, áðrenn

UPPHÆDDIR

Upphædd pr. mánaða

Heimabúgvandi

2.728 kr.

Útibúgvandi

5.486 kr.

Ískoyti, einligir uppihaldarar

5.486 kr.

Ískoyti til uppihaldara, ið býr saman við øðrum SU-móttakara

2.192 kr.

Handikapp ískoyti

7.801 kr.

Lestrarlán

2.807 kr.

Sluttlán

7.240 kr.

Eyka SU-lán til uppihaldarar

[WWW.MFS.FO]

1.405 kr.

PISAN 2011

73


umsóknin kemur ígjøgnum fyrstu ferð, orsakað av stóra trýstinum á SU-Styrelsen serliga í august og september. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri ta fyrstu tíðina. Søkjast kann bert ígjøgnum heimasíðuna hjá SU – www.su.dk. Tú skal tá velja ”minSU”. Fyri at kunna nýta ”minSU” skal tú hava eitt ”NemID” – sí www.nemid.nu. Og fyri at kunna fáa eitt ”NemID” skal tú hava danskt CPR-nummar. So tí skulu øll tey, ið ikki hava danskt CPR-nummar senda ein teldupost til su@su.dk, og fortelja teimum 1) hvønn statsborgaraskap tey hava (føroyskan/danskan), 2) á hvørjum skúla tey skulu lesa á, og 3) hvar tey búgva. Síðani sendir SU ein teldupost aftur til tín, har nærri verður greitt frá hvussu farast skal fram. Send teldupostin til su@su.dk skjótast til ber, tí so ert tú skrásettur hjá SU, og hevur rætt til SU frá tí degnum. Tú kanst ikki fáa SU fyri tíðina áðrenn tú bleiv skrásettur hjá SU, sjálvt um tú vart undir útbúgving tá.

t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði, t.d. MFS-arbeiði. SUmyndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær. Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

UPPHÆDDIR

SU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Í 2011 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving, og eru fylt 18 ár, studning sambært talvuni í hesi grein.

KLIPPIKORTIÐ

SU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið). Møguligt er at fáa eyka klipp

74

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

SKATTUR

Studningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at R-frádrátturin (sí grein um R-frádrátt) ikki kann nýtast í samband við skattingina av SUútgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin. SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnir ikki eru rættir, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá. Tó eru skattaviðurskiftini ikki tey somu, um viðkomandi er lesandi uttanfyri Norðurlond, tí har


verður inntøka uttanfyri ríkið, har viðkomandi lesur, ikki skattað, t.v.s. at SU verður ikki skattað. Sí eisini www.taks.fo.

LESTRARLÁN

Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SU-stuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænir eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum. Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SU-stuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán. Sluttlán kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini

á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar. Men tú velur sjálvur um tað skal verða endin av bachelorútbúgvingini, kandidatútbúgvingini, ella partvís av báðum. Hetta kemst av, at bachelor- og kandidatútbúgving eru roknað sum hvør sín útbúgving. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán.

AFTURRINDAN AV LÁNUNUM Tá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal byrja er tengt at,

hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. T.v.s. um tú t.d. verður liðug/ur 30. juni 2014, skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2015. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera at rinda aftur áðrenn tíðina.

NÆRRI UPPLÝSINGAR Henda greinin er ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SUskipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at byrja at lesa. Um tú skalt aðrastaðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU. Annars er heimasíðan hjá SU-Styrelsen rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www. su.dk. Tú kanst eisini venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

75


Føroyafrádráttur/ R-frádráttur Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Rágevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti.

um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol: Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

• At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum

HVAT ER FØROYAFRÁDRÁTTUR? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum,

TREYTIR: Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar: • At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið

ERU UNDANTØK? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi

Obs!!

Tað er ikki longur "Føroyafrádráttur" ið er galdandi fyri tey lesandi í Danmark. Nú er tað "R-frádráttur". Av tí at uppskotið júst er blivið samtykt á Fólkatingi, hava vit ongar royndir av honum enn. Edmund Joensen, fólkatingslimur og uppskotsstillari av

76

PISAN 2011

• At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan • At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

"R-frádrátti" skrivar, at hann fer at virka júst eins og "Føroyafrádrátturin" gjørdi. So tí prenta vit her grein um "Føroyafrádráttin", ið skuldi verið fullkomiliga eins og ein um "R-frádráttin" hevði verið. "R-frádrátturin" er 71.000 kr. um ári.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum. www.radgevingin.dk útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini. HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN? Fyri ár 2008 er føroyafrádrátturin uppá 71.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upp- hæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frá- drátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Dan- markar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000

kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”.

HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í komm-ununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild / specialligning sum umsitir føroyafrádráttin.

SJÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTUR Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/ skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrá- dráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Greið frá: • at tú er føroyingur undir útbúgving • at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfra- drag) til • at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur MINST TIL: • at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári. UM TÚ FÆRT NOKTAÐ FØROYAFRÁDRÁTT Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. KANN FØROYAFRÁDRÁTTUR NÝTAST TIL SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur

HVUSSU LEINGI? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár. UM TÚ IKKI FERT HEIM Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landin- um, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skatta-kort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

77


FULL SKATTASKYLDA Í FØROYUM Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arb- eiðir í Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 30.000 kr (2011). Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til TAKS ella LFÚráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira

78

PISAN 2011

enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglurnar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu eina ferð. Broytingarnar vóru hesar: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um lesandi og lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Toll- og Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru: 1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

2)at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna 3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um TAKS biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða TAKS frá um møguligar broytingar í útbúgvingini Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skattskyld- una er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (30.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Vanligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.


RÁÐGEVINGIN Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur tú trupuleikar á nevndu økjum, so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráðgevararnir hava tagnarskyldu, eingin verður heldur skrásettur, og tí kanst tú óttaleyst venda tær til teirra - eisini anonymt. Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viðurskiftum sum SU-stuðul, bústaðarmøguleikum, føroyafrádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðul, bistandshálp osfr. Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupulleikar, so kunnu ráðgevararnir

vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp og vegleiða um, hvagar tú kanst venda tær.

Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin.

RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARK Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tel 33 23 99 80 Fax 33 23 92 34 E-mail: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk OPIÐ ER: Mánadag, týsdag og hósdag: 11.30 - 15.30 Mikudag: 14.00 - 18.00 Fríggjadag er stongt.

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

79


PISUDAGARNIR 2011

80

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


“Eg havi fingið nógv burturúr av at koma her í kvøld. Fyri tað fyrsta so havi eg møtt einum, sum lesur í Pólandi, og so havi eg eisini fingið skil uppá, hvussu eg skal bera meg at økonomiskt. Ja, tað hevur verið ordiliga gott.” Lív Olsen, Szczecin, Póland

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

81


PISUDAGARNIR 2011

Bústaður,S.U., Føroyafrádráttur, arbeiði, NemKonta, nýggir vinir, nýtt mál – Nógv er at hugsa um, tá tú fert uttanlands at lesa. Fá svar uppá tínar spurningar!

82

PISAN 2011

Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking og eisini

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

hevur nógvar spurningar við sær. Tí skipa Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Altjóða Skrivstovan (ASK) og Eik Banki fyri Pisudøgum í Eik á hvørjum ári.


Tiltakið er ætlað tær, ið hugsar um at fara undir víðari lestur uttanlands og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum

tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt. “Tað vísur seg, at jú betur tú hevur sett teg inn í nýggju støðuna

áðrenn tú fert undir víðari lestur, jú størri er tjansurin fyri eini góðari uppliving..” sigur Holger Arnbjerg, leiðari á ASK

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

83


Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan. Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a.

84

PISAN 2011

hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan. Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK; MFS og Eik. At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman. 1


PISUDAGAR 2011

SKRÁIN:

Aftur í ár skipa MFS og ASK saman við Eik fyri sera spennandi og viðkomandi tiltaki fyri teg, ið júst er sloppin inn á hægri lestur uttanlands.

MFS greiðir frá um ymisk praktisk viðurskifti

Týskvøldið 2. august kl. 19:30 á deildini hjá Eik í Saltangará

ASK greiðir m.a. frá sosialum viðurskiftum og hvat tað vil siga, at fara undir hægri lestur

Mikukvøldið 3. august kl. 19:30 á Ungdómsdeildini hjá Eik í Havn

Eftir hetta verður fari í bólkar har møguleiki verður, at tosa við umboð frá MFS, ASK og Eik, umframt lesandi úr ymsum lestrarbýum.

Hósdagin 4. august kl. 12:30 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. sí annars: mfs.fo/pisudagar

Eik greiðir frá um tey fíggjarligu viðurskiftini

DJ-tónleikur, tvíflís, frukt og okkurt til góman. Øll eru vælkomin!

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

85


LÝSING

Mamma… Babba… Anyone... Hvussu skal eg tryggja meg, tá eg flyti heimanífrá? Skrivað hevur: Marin Helena Hentze

V

it søkja øll tryggleikan. Vit finna hann heima, hjá mammu og babba - tað eru tey, ið gera alt. Tey vaska klæðir, geva mær at eta og geva mær ráð, tey lata meg vita, at mínar avgerðir eru tær røttu.

Síðan flyti eg til Keypmannahavnar Havnar, Reykjavíkar, – you name it! Nú byrjar alt uppá nýtt, eg má tjena mínar egnu pengar, finna mína egnu kroysu, gera mat, vaska, rudda, ja, eg má gera alt sjálv/ur. Og ja, eg eri sum ungdómar flest. Eg krevji alt tað neyðturviliga: Teldu, flatskerm, dvd, iPhone, ein printara, ein ipod, kanska einar Gucci sólbrillur, fløgur, spøl, bøkur, skúlabøkur, dýra roknimaskinu, føroysk klæðir og onnur lekkur klæðir. Og eg elski allar hesar lutir, eg kann bara ikki liva uttan teir. So ímynda tær, um nú eldur kom í mína kroysu ella óhappið rakti júst meg, og øll íbúðin fyltist við vatni, ella okkurt hendi við mínari teldu ella iPhone, kanska bleiv hon stolin? Kreppa! Eg kundi júst tað sama pakka saman, um alt hetta hevði hent mær, og eg onga trygging hevði. Tíbetur fekk eg leita mær oman í Trygd og

86

PISAN 2011

fekk eitt prát við ein av teirra stak fittu ráðgevum. Tey bjóðaðu mær familjutrygging og vanlukkutrygging! Og eg byrjaði beinanvegin at greiða frá, at eg eri altso 19 ár, búgvi sjálv í egnari íbúð. Havi bert meg, mína teldu og nakrar møblar at hugsa um, so kanska hetta er ikki nakað fyri meg. Men ráðgevin segði, at hetta var akkurát tað, eg hevði tørv á. - Ein familjutrygging er góð trygd hjá teimum ungu, hóast nógv av teimum ikki hava annað innbúgv enn t.d. eina teldu, fartelefon, nakað av klæðum og eina song. Hendan tryggingin hevur eisini eina ábyrgdartrygging, sum tekur við, um tann ungi er sekur í, at ein annar kemur til skaða, og stórt endurgjald skal gjaldast, sigur Joan, sum er tryggingarráðgevi hjá Trygd. Ábyrgdaratryggingin dekkar skaðar, ið tú, sambært rættarpraksis, kann ábyrgjast fyri. -Ung undir 21 ár, sum eru flutt heimanífrá, og sum ikki búgva saman við øðrum ella eiga barn, eru umfatað av Familjutryggingini hjá foreldrunum. Ert tú 21 ár og flytir

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

heimanífrá, so eigur tú at tekna tína egnu Familjutrygd. Vit mæla til, at tú hevur tína egnu Familjutrygd, um tú býrt í sjálvstøðugari íbúð í húsinumhjá foreldrunum, óansæð tín aldur, greiðir Joan frá. Fert tú at ferðast, so minst til at tekna tær eina ferðatryggingin. Ársferðatryggingin hjá Trygd hevur innbygda avboðstrygging, so ikki er neyðugt at hugsa um hetta eisini. Um tú hevur hund, so er lógarkrav at hesin skal ábyrgdartryggjast. Skilagott er eisini at tekna tær eina Vanlukkutrygging, so ert tú tryggjað/ur um eitt óhapp hendir, og tú gerst avlamin. Endurgjald verður útgoldið, um tú fært varandi mein á 5 % ella meira. Somuleiðis fevnir henda trygging undir ávísum treytum m.a. um skaðar á tenn og brillur. Tað at hava eina trygging, kann vera eitt gott fíggjarligt trygdarnet hjá øllum. Tú kanst altíð seta teg í samband við Trygd og fáa eitt prát við okkara tryggingarráðgevarar um hvussu tú tryggjar teg best, sigur Joan at enda.


LÝSING

Minst til at ] Flytir tú uttanlanda, tekna tær so eina familjutrygging (indbosforsikring) í einum tryggingarfelag í landinum tú flytir til.

] Hevur tú nógv kul ting, so ber til at velja eina eykatrygging. Tað ber til at sertryggja serligar lutir, t.d. tína teldu.

] Býrt tú í Føroyum: Tryggja títt innbúgv. Familjutryggingin hjá Trygd tryggjar títt innbúgv ímóti m.a. skaðum av eldi, vatni, stormi, herverki og stuldri. T.d. eru tín fartelefon og telda tryggjað, um hesar verða stolnar ella fáa el-skaða. Hendan tryggingin hevur eisini eina ábyrdartrygging innbygda.

] Tekna tær ferðatrygd, tá tú fert at ferðast.

] Minst til at hyggja alt ígjøgnum. Ofta eigur tú meira enn tú heldur. Tað er ikki skilagott at undirtryggja teg, ei heldur at yvirtryggja teg.

] Tað er skilagott at goyma kvittanir fyri teldu, fartelefon, sjónvarp, møblar o.a 1

] Tekna tær eina Vanlukkutrygging, og um tú hevur børn so eisini eina barnavanlukkutrygging. Tín føroyska vanlukkutrygging veitir eisini endurgjald, um tú flytur til Danmarkar.

Joan Drós Heinesen frá Trygd

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

87


88

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


Lestrarlív á Købmagergade 44-46 [WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

89


LESTRARSTAÐ

E

ftir at hava búð í Keypmannahavn í 3 ár søkti eg inn á Københavns Universitets Teologiske Fakultet. Eg byrjaði sostatt at lesa guðfrøði í 2005. Sigast kann, at hetta var ein meira tilvildarlig avgerð enn nakað annað. Sum so hevði eg ongar ætlanir um at lesa guðfrøði, men í meldrinum av útbúgvingarmøguleikum og vantandi støðufesti fall valið á guðfrøðina. Ikki tí, guðfrøði hevur altíð havt mín áhuga, og tann kristna trúgvin hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, men tá eg byrjaði lesnaðin í 2005, hevði eg í roynd og veru ikki droymt um at verða guðfrøðingur 6 ár seinni. Guðfrøði á Lærda háskúlanum í

90

PISAN 2011

Keypmannahavn er ein 6 ára long útbúgving. Tað kemst av, at málini latín, grikskt og hebraiskt verða løgd afturat normeraðu lestrartíðini, sum er 5 ár. Av tí, at hesi faktini leggja støðið undir tað eksegetiska arbeiðið, fylla tey rættiliga nógv tey fyrstu 2 árini. Tað ger eisini sítt til, at fráfalstalið av lesandi er so høgt tað fyrsta árið. Sjálv varð eg rættiliga skjótt hugtikin, fyri ikki at siga bergtikin, av øllum trimum, og henda hugbindingin var ein av orsøkunum til, at eg fall til og varð verandi. Fyri mær opnaði seg ein bókmentaheimur, sum áður bert hevði verið atkomuligur sum umsettur. Sjálvt um tað sum so ikki er langt millum tey klassisku málini

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

og bíbliutulking, var og er tað torført hjá mongum at síggja tann reyða tráðin frá Homer til Paulus og/ ella frá Cæsar til Augustin. Til tíðir var hetta eisini galdandi fyri meg, men mín (heldur nørduti) eldhugi fyri morfologi og setningsgreining- og uppbygging og mállæru sum heild fingu til tíðir vald á mær. Til alla lukku kann eg leggja afturat. Men guðfrøði er sjálvandi annað og meir enn málslig vitan. Sum tað stendur á heimasíðuni (http:// aabenthus.ku.dk/oversigt/teologi) ”Teologi handler ikke om at fordybe sig i en støvet fortid, men i lige så høj grad om nutidens kulturelle, religiøse og etiske problemstillinger.


LESTRARSTAÐ

Der er ingen lette svar på de store spørgsmål – og det er heller ikke nemt at stille dem. Det teologiske studium giver dig sproget til at gøre det og evnen til at vurdere svarene på en kritisk og reflekteret måde”. Onnur fak eru kirkjusøga, dogmatik, filosofi og etik og religiónsfilosofi. Summi eru meir spennandi enn onnur, og arbeiðsbyrðan skiftir eisini frá faki til fak, líka sum torleikastigini í teimum tilsvarandi royndunum eru skiftandi. Hædd má tó takast fyri, at hetta er mín persónliga uppliving og meting. Mær dámar betur at spæla við abstraktar tankar enn at minnist til konkretar hendingar í søguni, og mín meting av torleikastigi og øðrum verður sjálvandi stýrd av tí. Umframt eitt serstakliga gott og sunt lestrarumhvørvi er fakultetið kent fyri at hava eina framúrskarandi góða ’fredags bar’. Hví hetta er so, eru tað ymiskir meiningar um. Sjálv haldi eg, at tann dagligi stemningurin á staðnum verður fluttur niður í ’Kældercaféen’, sum barrin eitur, hvørt fríggjakvøld. Tað er altíð torført at siga frá einum stemningi – hann má sum oftast upplivast fyri at skiljast, men sum heild kann sigast (stórt sæð), at tann meir liberala tilgongdin í undirvísingini sæst aftur í mátanum, sum fólk nýta, tá ið tey hittast, bæði á teimum smølu fakultetsgongunum og í ’Kældercaféini’. Harvið er ikki sagt,

at øll guðfrøðilesandi á fakultetinum eru liberal, ella at konservativ guðfrøði ger fólk óvinarlig og ófyrikomandi, men heldur at tann liberali stemningurin, sum loyvir eini og hvørjari guðfrøðiligari sannføring at sleppa til orðanna, er fruktargóður fyri at skapa einleika í mongdini og gott lag hvørt fríggjakvøld. Meir kann lesast um útbúgvingina á: (www.teol.ku.dk) Lestrarhálvár í Boston, MA Møguleikin at fara uttanlands at lesa er so at siga altíð til staðar. Lærdi háskúlin í Keypmannahavn hevur ein hóp av sokallaðum samarbeiðsavtalum við aðrar lærdar háskúlar runt um í heiminum, og sum oftast er tað bert ein umsókn millum títt dagliga lív í Keypmannahavn og ein fantastiskan møguleika at víðka títt sjónarhorn, bæði persónliga og akademiskt. Í 2009 avgjørdi eg at fara undir at søkja um uppihald til eitt lestrarhálvár í USA. Nógv kann sigast um sjálva umsóknargongdina, men vegna plásstrot vil eg bert siga, at hon krevur bæði tíð og orku. Mín umsókn varð gingin á møti, og eg fekk pláss í Boston (Boston College), heysti 2010. Boston College er ein privatur katólskur skúli, og tað sást sjálvandi aftur í guðfrøðini, sum varð undirvíst á staðnum. Fyri ein

útlærdan lutheranara var tað serliga stimbrandi at fáa innlit í katólska guðfrøði – á tess egnu fortreytum. Annars kann sigast, at amerikanska útbúgvingarskipanin víkur frá teirri donsku á nógvum økjum. Eg vil ikki siga, at eg sum so fekk eitt kultursjokk, tá eg byrjaði í Boston, men heldur, at mínir fordómar um lágt støði og lætta arbeiðsbyrðu á amerikanskum skúlum so sanniliga varð gjørd fyri skommum. Arbeiðsbyrðan er (sum oftast) fullkomiliga náðileys. Men harafturímóti ger hesin meir interaktivi undirvísingarhátturin sítt til, at lesitilfar o.a. verður nomið á heilt annan hátt – og til tíðir á betri hátt. Hóast eg brúkti væl av tíðini í Boston saman við bókunum, vil eg uttan iva ráða øðrum til at fara í onnur lond at lesa. Hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri menning, ikki bert akademiskari, men líka so nógv persónligari. Heimurin verður minni, og brúgv verður, á ein heilt serligan hátt, bygd millum teg og umheimin. Tvørmentanarlig vinarbond verða knýtt, og transatlantiskar relatiónir verða skaptar. Hetta var ein sjónarhornsvíðkandi uppliving, hvørs umfeingi er torført at greiða frá við orðum. Tað má prøvast! Kanska misskilji eg..? 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

91


LESTRARSTAÐ

JU Í AALBOR 92

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

URA ORG Jura á AAU – Aalborg Í øðrum s í Hoydølum tók eg avgerðina um, hvat eg ætlaði at lesa, tá húgvan einaferð var komin á høvdið. Mær hevur altíð dámt at diskutera og argumentera, og samstundis var samfelagsfrøði yndisfakið í Hoydølum. Tað var tí ein heldur løtt avgerð at taka, tá útbúgvingin skuldi veljast. Eg las nakrar bøkur um jura’ina og søguna aftanfyri, og gneistin bara

vaks, eftir at bøkurnar vórðu settar á hillina aftur, og eg var tá vísur í, hvat mín framtíð fór at innibera. 1. august í fjør fekk eg eitt bræv um, at eg var sloppin inn á jura útbúgvingini í Aalborg. Miðjan august setti eg kósina ímóti Aalborg fyri at koma uppá pláss, læra býin at kenna og verða klárur til nýggju avbjóðingarnar, sum enn vóru framman fyri mær.

Umstøðurnar fyrsta hálva árið vóru rættiliga frenetiskar, av tí at eg var ov seinur at skriva meg upp til nakra íbúð. Tak yvir høvdið fekk eg um ikki annað, hóast tað innibar treytirnar: Ingen gæster efter kl. 22 og stille efter kl. 23. Hetta gjørdi bara, at eg brúkti minni tíð inni og meira av tíðini úti millum nýggj fólk og á lesicafé. Eg fekk skjótt etablerað eitt sosialt net við øðrum lesandi, sum komu úr bæði Aalborg,

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

93


LESTRARSTAÐ

Aarhus, Keypmannahavn og so eisini nøkur úr Føroyum. 1. semestur Fyrsta hálva árið á Aalborg Universitet kallast eitt “basis semester”. Tað merkir, at allar samfelagsfrøðiligu útbúgvingarnar (økonomi, politologi, søga, sosiologi, jura og erhvervsjura) eru saman til fyrilestrar Tað gevur øllum lesandi møguleika at skifta útbúgving til eina av hinum samfelagsfrøðiligu greinunum, um onkur ivi um framtíðina skuldi komið upp. Samstundis er nógv gjørt burtur úr bólkaarbeiði. Bólkaarbeiði er essentielt fyri Aalborg Universitet, tí undirvíst verður sjálvsagt til fyrilestrar, men eisini í bólkum á 30 lesandi og enn minni bólkum á fýra-fimm lesandi. Tað ger uttan iva Aalborg Universitet til eitt enn betri stað at lesa í, tá tað sosiala er uppá pláss. Bólkararbeiði sæst aftur ígjøgnum øll fimm árini á jura útbúgvingini, og hetta er eisini galdandi fyri aðrar útbúgvingar á universitetinum. Av tí, at tey á juraútbúgvingini á Aalborg Universiteti leggja serligan dent á Formueret, supplerað við bólkaarbeiði, eru nýútbúgvnir juristar haðani serliga vælumtóktir á arbeiðsmarknaðinum Jura Sum so nógvir aðrir idealistar hevði eg sjálvur dreymar um at sleppa út í víðu verð at lesa víðari. Hetta bar tó ikki til, tí jura-útbugvingin er av

94

PISAN 2011

so kompleksum karakteri. Av tí sama var eg avkláraður longu tá, og tað bilti ikki tað stóra, tá eg visti, at jura var rætta leiðin fyri meg. Jura er ein útbúgving, sum krevur hart arbeiði, og tað at velja eina útbúgving, har ein skal seta 35-40 tímar av um vikuna upp á skúlan og skúlating, er ein stór umstilling frá einari miðnámsútbúgving. Tí krevur tað eisini, at ein setur tað fakliga í hásæti og letur frítíðaráhugamál koma í aðru røð. Hetta merkir tó ikki, at eg ikki havi havt nakað sosialt lív. Tvørturímóti havi eg verið óluksáliga glaður fyri, hvussu lætt tað hevur verið at “sligið seg niður”. Nógv tiltøk hava verið hildin millum nýggj lesandi, m.a. hevur verið nógvur ítróttur á universitetinum, tann vælumtókta Fredagsbar, sum ein ikki skal missa fyri nakran prís, og so er tað eisini tann vælúmtókta ballingargøtan, Jomfru Ane Gade. Tað lítla París! Jomfru Ane Gade, ið eisini verður kallað 'Tað lítla París', er hjá nógvum hjartað í Aalborg. Við sínum lítlu, smáu og hugnaligu caféum er tað avgjørt eitt stað, sum

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

skal upplivast, og flestu lesandi enda eisini inni á gøtuni um vikuskiftið. Um summarið er tað serstakliga hugnaligt at fáa sær eina øl, irish coffee ella eina sodavatn á gøtuni og njóta summarveðrið, og tá náttin kemur, er tað sum at vera á ólavsøku, tí náttarlívið í Aalborg er samlað á einum stað.


LESTRARSTAÐ

Aalborg – ein nýggjur býur, við nýggjum avbjóðingum. Aalborg er ein býur við 150.000 fólkum, og tað er tann býurin, sum hevur lutfalsliga flest lesandi í mun til fólkatalið. Lesandi í býnum eru soleiðis 10% av fólkatalinum, og tað ger tað til ein fantastiskan bý at lesa í, tí um ein trívist í sínum

umhvørvi, verður útbúgvingin enn meira áhugaverd og stuttlig. 28. mai má sigast at vera eitt av hæddarpunktinum í Aalborg. Tá verður karneval hildið um allan býin, og fólk koma úr ymsum londum fyri at vera partur av hesum tiltakinum, sum telur 125.000 fólk.

Meginparturin av føroyingum velja at búseta seg og lesa víðari í Keypmannahavn. Hetta var eisini galdandi fyri tey flestu av mínum vinfólkum, men hóast eg skuldi vera burtur frá teimum og føroyingum í heila tikið, var hetta ikki nakað, eg hugsaði um. Eg føldi kanska heldur ein lætta við at flyta til eitt nýtt stað og læra nýggj fólk at kenna. Við tí hugsi eg serliga um tað at flyta til eitt ókent stað, har eg ikki hevði somu tryggu kensluna við at hava familju og vinir rundan um meg. Tað var ein avbjóðing í sær sjálvum, og tað førdi bara til, at eg var meira framligur, tá eg skuldi læra onnur fólk at kenna. Afturfyri var tað eisini lætt hjá mær at fáa vinir frá fyrsta degi. Afturat skal sigast, at tað er relativt bílligt at búgva í Aalborg. Tað hevur givið mær møguleikan at ferðast til Keypmannahavnar av og á, og sama møguleika hevði eg ikki havt, hevði eg lisið í einum størri metropoli. Um tú ert áhugað/ur at vita meira um Aalborg, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við meg. 1

[WWW.MFS.FO]

Jarleivur Hansen Stud. BA-jur.

PISAN 2011

95


LESTRARSTAÐ

96

PISAN 2011

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

Antropologi “Gravar tú eftir deyðum lutum, ella hvat er tað nú, tú ert, tá tú ert liðug at lesa?”

E

ftir tvey rólig ár langt, langt burturi frá skúlabeinkinum, varð aftur tíð at venda nøsina móti skúlatingum, framløgum og bólkaarbeiði á sumri 2009.Valið var fallið á antropologi, men hetta hevði verið eitt alt annað enn lætt val. Tá eg skuldi senda umsóknirnar avstað til ymsu skúlarnar, kendist

tað sum at vera stødd langt uppi í onkrum haga í tjúkkasta mjørkaveðri, eg hevði als onga hóming av, hvør útbúgving var ‘akkurát eg’. Til eru nevniliga nógv øki, ið eg eri bergtikin av, alt frá málfrøði til matlist, og tískil helt eg tað vera sera torført at skula velja eina útbúgving, ið skuldi leggja lunnar undir mína lívsleið. Um

hetta mundið var eg sera øvundsjúk inn á tey, ið síðani tey vóru 12 ára gomul høvdu vitað, at tey skuldu verða læknar, lærarar o.s.fr. Hvat hevði tað ikki verið lætt, um man var so fyrireikaður uppá tað heila? Eftir at hava tosað við foreldur og vinir og lisið á netinum, fann eg tó fram til, at antropologi varð ein áhugaverdur møguleiki, og sendi

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

97


LESTRARSTAÐ

eg tískil umsóknina avstað til Fróðskaparsetrið í Keypmannahavn. “Gravar tú eftir deyðum lutum, ella hvat er tað nú, tú ert, tá tú ert liðug at lesa?” Eg má viðganga, at tað eru ótrúliga fá menniskju, ið vita, hvat antropologi er. Tey flestu halda, at antropologi er tað sama sum arkæologi og koma so við miseydnaðum vittigheitum um Indiana Jones, ella spyrja tey heldur álvarsamt, júst hvat eg eri, tá eg eri liðug at lesa. Og sannleikin er, at eg veit ikki heilt. Antropologi er eitt sera fløkjandi fak, ið breiðir seg yvir nógv ymisk øki, alt frá lívfrøði til samskifti, og tí er tað torført at taka samanum, júst hvat antropologi er. Ein vending ljóðar tó, “Anthropology is philosophy with the people in it”, og hetta er ein góð lýsing. Antropologi líkist nógv heimspekini við sínum atfinnandi andliti og trongd til at taka alt sundur. T.d. familja, søga og etnicitetur eru orð, vit nýta í gerandisdegnum uttan at hugsa víðari um tað. Men tá ið tú lesur antropologi, fert tú aftur um hugtøkini og tekur tey sundur. T.d. hevði ein antropologur sagt, at familja er eitt fyribrigdi, ið merkir ymiskt í ymiskum mentanum. Og antropologurin er meira áhugaður í teimum søguleysu enn teimum valdsharrum, ið hava skrivað heimssøgu okkara, tí hví eru t.d. nógvar mentanir og teirra søga ikki

98

PISAN 2011

við í søgubókunum? Har heimspekin hevur einstaklingin í miðdeplinum, sær antroplogi tó sambandið millum menniskju sum tað týdningarmiklasta, t.d. hvussu menniskju liva saman og skapa samfeløg. Antropologi er eisini meira ‘niðri á jørðini’ enn heimspekin, við tað at antropologiski arbeiðshátturin er feltarbeiði, har vit skulu út at vera saman við ymiskum menniskjabólkum og luttaka í teirra gerandisdegi, meðan vit kanna teirra atburð og heims-og menniskjafatan. At tað hevur stóran týdning, at vit læra antropologiska arbeiðsháttin, sæst eisini týðiliga á okkara tímatalvu, tí gjøgnum fyrstu 3 árini skulu vit gera feltarbeiði heilar 3 ferðir. Fyrsta árið vóru eg og 3 onnur í eini náttkirkju og tosaðu við gestirnir, ið komu hagar, og í byrjanini av 2. ári gjørdu vit eina spurnarkanning viðv. ættleiðing, har vit síðani skuldu rita svarini inn í eitt telduforrit. Nú eg eri við at enda 2. ár, skal eg aftur gera feltarbeiði, og hesa ferð fara eg og ein onnur 1 mánað til Grikkalands at kanna

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


LESTRARSTAÐ

nationalismu og grikskan samleika í nútíðar Athen. Okkara fokus verður ein víðgongdur nationalsosialistiskur bólkur. Tá hetta er sagt, so er antropologi tó ikki bara ferðing og uppliving, teoretiski parturin av útbúgvingini fyllir eisini ein stóran part, og tá vit bara lesa upprunatekstir, er tað tíðum sera krevjandi. T.d. hava vit nøkur fak, Faghistorie og Videnskabsteori, har vit skulu gjøgnumganga teir týdningarmiklastu persónarnar í antropologisku søguni, eisini kendar heimspekingar og samfelagsfrøðingar, og hetta eru nakrir sera gamlir og tungir tekstir. Fyri ikki at gerast vilstur millum øll ástøðini og fyribrigdini, er tað tí neyðugt at vera skipaður og duga at skilja ímillum viðkomandi og óviðkomandi upplýsingar. Tað kemur tó meira enn so fyri, at ein dettur um ein gamlan teoretikara, ið er sera áhugaverdur at lesa, og tá ger tað ikki so nógv, at tað tekur eina løtu at koma ígjøgnum tekstin. Heimurin sum lestrarøki Uttanfyri skúlatíð eru møguleikarnir eisini nógvir á Københavns Universitet. Um ein er áhugaður í politikki, kann ein gerast limur í politisku ungmannafeløgunum, og eisini eru hópin av øðrum mentanarligum og sosialum tiltøkum, ið ein kann vera við til at fyriskipa. Sjálv havi eg valt at

gerast partur av mentorskipanini hjá antropologi. Tað merkir í stuttum, at eg hvørt hálvár eri vegleiðari hjá tveimum útlendskum næmingum og eri við til at skipa fyri ymiskum tiltøkum teirra vegna. Tað er ótrúliga stuttligt og gevandi á ymiskar mátar, tí eg nevniliga komi at kenna ung frá øðrum mentanum, ið eisini lesa antropologi. Fleiri av hesum eri eg sera nær knýtt at í dag. T.d. var eg í Istanbul í januar, og tá møttist eg við nøkrum kurdum, ið greiddu frá politisku og sosialu spenningunum millum turkarar og kurdar í Istanbul. Tað møtið varð nevniliga fingið í lag, tí eg eri vegleiðari hjá einum turkiskum antropologilesandi, sum setti seg í samband við nøkur fólk har niðri. Møguleikarnir at víðka sín sjónarring eru sanniliga nógvir, tá ið tú lesur antropologi. Tað er heilt einfalt upp til teg sjálvan og tín samleika. Um tú megnar at sleppa tínum fordómum um, hvat er rætt og skeivt ella vakurt og ljótt, so kanst tú fáa upplivingar fyri lívið. Tað kann tykjast torført og sera krevjandi at vera so neutralur, men eftir at hava lisið antropologi í 2 ár kann eg siga, at eg eri vorðin nógv meira frælslynt, enn áðrenn eg byrjaði at lesa. ”Um tit byrja at hugsa sum antropologar, støðga tit ongantíð aftur”. Soleðis segði mín lærari til okkara fyrsta fyrilestur, og eg kann ikki gera annað enn nikka játtandi. 1

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

99


LESTRARSTAÐ

Sosialrágevi í Keypmannahavn navn: Jeannet Ryggshamar Bech aldur: 26 ár Utbugving: Professionsbachelor í sosialrádgeving. Utbugvingarstad: Metropol Socialrådgiveruddannelserne. Frederiksberg, Danmark Heimbygd: Vágur Midnámsutbugving. HF email: jeannetrb@hotmail.com

Síðdan eg var heilt ung, havi eg vitað,d at eg vildi vera socialráðdgevi. Eg gjørdist tó eitt sindur nervøs, beint áðdrenn eg byrjadi uppá útbúgvingina, tí eg visti, at taåd var ein útbúgving, iðd krevur nógv av einum sálarliga. Sum soscialráðdgevi møtir tú menniskjum í øllum aldursbólkum, iðd hava trupulleikar av ymsum slag, og tú skalt hjálpa teimum best møguligt. Ein skal ofta taka álvarsligar avgerðdir fyri hesiu

100

PISAN 2011

menniskju. Míni áhugamál innan soscialráðdgevara- økiðd er arbeiðdi vid børnum og ungum. Hugsanin um, at eg veruliga kann hjálpa børnum og ungum, iåd hava álvarsligir trupulleikar av ymsum slag, ger, at eg veit, at hetta er tann rætta útbúgvingin fyri meg. Skúlin, sum eg gangi á, liggur á Frederiksberg, men er eisini at finna onnur støðd í Danmark. ÚÙtbúgvingin tekur 3 1/2 ár, sum

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

eru deild á 7 .semestur, og tað er ein bachelor útbúgving. Taðd er mest bólkaarbeidi, vit hava á skúlanum. Vit hava 4 ymisk fak skiftandi gjøgnum árini, tey eru: sálarfrøðdi, samfelagsfrøðdi, jura og eitt fak, iðd kallast soscialt arbeiðdi. Hetta eru øll ymisk, men spennandi fak, iðd gera, at tú fært eina breiðda vitan uminnan ymisk økir. 4 semestur eru ein í praktikktíð, sum er sera spennandi og avbjóðdandi, og taðd er ofta har, ein finnur útav, um


LESTRARSTAÐ

taðd er tann rætta útbúgvingin, ein hevur valt. Eg var í praktikk á "Den Sociale Døgnvagt", iðd kallast tann sosciala skaðdastovan, av tí at hon er opin alt døgniðd, og tekur sær av fólki, iðd hava soscialar trupulleikar og hava tørv á bráðfeingis hjálp. Taðd var sera avbjóðdandi, av tí at taðd vóru nógv ymisk fólk, sum komu á staðdiðd. Eg var til dømis við,d tá iðd ung undir 18 ár vóru til avhoyringar hjá politinum. Eg møtti børnum, sum skuldu á barnaheim, tí tey vóru útsett fyri vanrøkt í heiminum. Vit arbeiddu við Bbukaðdum kvinnum, sum vit skuldu flyta á kvinnuheim, og eg møtti útlendskum gentum, iðd høvdu tørv á hjálp til at koma "undir jørdina", tí tær skuldu tvangsgiftast, og mangt annad. ÍÌ praktikktíðdini lærir ein at brúka tey 4 ymisku fakini. Taðd hevur altíðd veriðd ætlanin, at eg skuldi flyta av landinum fyri at fáa eina útbúgving, millum annaðeisini tí tí at taðd ikki ber tilmøguligt at lesa til soscialráðdgeva í Føroyum. Men tá iðd tad var tíðind kom at flyta úr Føroyum, var hugurin at flyta sera lítil. Taðd var torførtringt at flyta frá familju og vinum, serliga tí eg kendi fá fólk í Danmark og føldi meg nokkso einsamalla í Keypmannahavn. Ein onnur orsøk var, at taðd var trupult at fáa nakaðd staðd at búgva í. Bíðdilistar til kollegiiu í Keypmannahavn eru langir, og tí er taðd ofta trupultringt

at koma á nakaðd kollegium, áðdrenn skúlin byrjar, og taðd er bæðdi trupultringt og dýrt at leiga sær eina íbúðd. Tad minkaðigjørdi ikki um heimlongsilin, betur at eg var noydd at flyta fleiri ferðdir, og til tíðdir longdist eg illa til Føroyar. Men eftir eina tíðd, har eg fekk fastan bústaðd og vinfólk úr skúlanum, gjørdist alt betuir. TEisini kemur tú kemur eisini í samband viðd føroyingar, sum tú annars ikki hevur havt samband viðd í Føroyum. Føroyingar eru góðdir til at halda saman, og skipa fyri ymiskum tiltøkum, so taðd følist viðdhvørt sum at vera heima í Føroyum.

eitt annaðd land, so ein ikki bara kennir tey føroysku viðdurskiftini. Ætlanin er tó at flyta aftur til Føroyar um nøkur fá ár, men fyrst ætlivil eg at fáa mær nakrar arbeiðdsroyndir í Danmark. Hugsanin um, at eg komi at gera mun fyri onnur menniskju,ir iðd hava tørv áa hjálp, er orsøkin til, eg havi valt hesa útbúgvingina, og eg gleðdi meg til at byrja at arbeiðda. 1

Eftir at hava búðd í 3 ár í Keypmannahavn, er tad nú torførtringt at ímyndahugsa sær at skula flyta aftur til Føroyar. Man hevur fingiðd nógv nýyggj vinfólk, bæðdi donsk og føroysk, og fleiri vinfólk eru somuleiðdis flutt úr Fføroyum fyri at fáa sær útbúgving í Kkeypmannahavn. Eg haldi taðd vera sera mennandi og spennandi at flyta til

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

101


ÍBLÁSTUR

FJARLESTUR Hildur Durhuus, Fríðun Jacobsen og Birna Jacobsen búgva allar í Havn. Men felags fyri tær er eisini, at tær allar lesa ein Master í Oplevelsesøkonomi (upplivingarbúskapi) á Roskilde Universiteti.

102

PISAN 2011

Umframt lesnaðin arbeiða tær allar innan ferðavinnuna í Føroyum. Tær fylgja fyrilestrum gjøgnum netið, og ferðast til Danmarkar fyri at luttaka í undirvísingini og fyri at taka próvtøkur.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]


ÍBLÁSTUR

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

103


ÍBLÁSTUR

FJARLESTUR Hvørja útbúgving og arbeiðsroyndir høvduava tit, áðrenn frammanundan, tit byrjaðu at lesa master í upplivingarbúskapi? Vit eru allar Akademiøkonomar   í ferðavinnu frá Randers Turistakademi . Tað var í sambandi við henda lesnaðin, at vit hittust á fyrsta sinni.  Vit lósu allar á sama árgangi, skrivaðu høvuðsuppgávu saman, og vit blivu allar lidnar í 1995. Síðan vit vóru lidnar at lesa, hava vit allar havt ymisk størv íinnan ferðavinnunia í Føroyum, so vit hava so at siga hildið saman síðan 1995.

104

PISAN 2011

Allar tríggjar hava góðar og drúgvar royndir áinnan ferðavinnuøkinumð, og hava starvast í ymiskum fyritøkum, samtøkum o.s.fr. (her kanst tú kanska líka skriva eitt sindur meir sum ein appetitvekjara)   Hildur hevur arbeitt við ymiskum projektum innan ferðavinnu og mentan. Harumframt hevur hon arbeitt nøkur ár á ferðaskrivstovu, átta ár sum PR & fjølmiðlasamskipari á Ferðaráðnum/ Samvit/Uttanríkisráðnum, og hon er í løtuni sett sum projektleiðari av stóru ferðavinnumessun,i Vestnorden Travel Mart, sum verður í Føroyum í heyst.

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

Fríðun hevur arbeitt á Smyril Line, bæði í móttøkuni umborð í nógv ár, meðan hon var undir lestri, og síðani eftir loknan lestur á høvuðsskrivstovuni, m.a. á incoming deildini. Í 2001 stovnaði hon egna ferðavinnufyritøku ”Greengate Incoming” saman við øðrum, har hon er marknaðarleiðari. Birna hevur arbeitt á ferðaskrivstovu í 3 ár, á sølu- og marknaðardeildini hjá Atlantic Airways í 7 ár, var projektleiðari fyri Vestnorden Travel Mart í Føroyum í 2003, seinastu 7 árini hevur hon arbeitt sum sølu- og marknaðarleiðari innan hotelvinnuna, men hevur nú valgt


ÍBLÁSTUR

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

105


ÍBLÁSTUR

at lesa fulla tíð, meðan endaliga ritgerðin skal skrivast.   Hvør var orsøkin til, at tit valdu at taka eina hægri útbúgving á Master-stigi? Tankin um at lesa víðari hevur ongantíð verið okkum fjarur, og serliga eftir 10 – 15 árum á arbeiðsmarknaðinum, føldu vit ein tørv á eini fakligari víðari menning. Í nøkur ár hava vit kannað útboðið fyri viðkomandi útbúgvingarmøguleikarum. Tá vit so komu fram á hesa útbúgvingina, sum vit hildu verða áhugaverda og viðkomandi, og sum var skipað soleiðis, at vit kundu halda fram í okkara verandi størvum, samstundis sum vit kundu blíva búgvandi í Føroyum, valdu vit at søkja.     Hvussu er tykkara útbúgving skipað? Ein master i upplivingarleiðslu er ein 2 ára vinnurættað akademisk útbúgving, á støði við ein kandidat, sum er skipa í 4 modulum, sum hvørt sær tekur eitt hvørt á einum hálvt árum árið. Undirvísing er fríggjadag og leygardag uml. triðu hvørja viku. Harumframt skal man rokna við nakað væl av sjálvlestri. Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar av universitets lektorum/ professarum og praktikarum frá vinnulívinum. Eisini eru

106

PISAN 2011

seminar,ir, har luttakararnir arbeiða refleksivt við evninum. Verkarbeiði – antin sjálvstøðugt ella í bólki – inngongur sum ein týðandi partur av lestrarbygnaðinum. Hvørt modul endar við einari verkpróvtøku, tvs. útbúgvingin umfatar 3 minni verkætlanir við

[MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA]

munnligari próvtøku, og síðani er eini endaligari serritgerð, sum vit arbeiða við í løtuni. Pensum er altjóða kent, uppi í tíðini og fakliga viðkomandi, og taðhvørt hevur við sæør, at vit kenna, at…. Osfr??? Vit

hava

regluliga

ferðast

til


ÍBLÁSTUR

ferðavinnu, mentan, ítrótt, film, miðlar, PR, reklamu og samskifti. Men upplivingar- og upplivingarleiðsla er uppi í tíðini og Hvussu fáa tit samantvinnað spreiðiur seg yvir allar vinnugreinir, lesnað og arbeiðið? serliga innan strategiog Tað hevur borið til higartil, marknaðarføringsøkið,  so møgulig men tað er strævið og krevur yrki, vit kunnu arbeiða innan við disiplin. Av tí at útbúgvingin hesi útbúgvingini, eru sera nógv. hevur týdning fyri okkara   dagliga arbeiði, hava vit allar Vit hava allar tríggjar tó serliga kent ávísa vælvild og forstáilsi frá sett fokus á ferðavinnuna, undir arbeiðsgevarunum, og vit hava lesnaðinum. Hetta er tað økið, tí kunnað tilrættislagt okkara sum hevur okkara støórsta áhuga, arbeiðið eftir lestnaðinum í og tað er helst ein naáttúrlig ávísan mun. Tað hevur tó ikki avleiðing av okkara bakgrund og verið tíð til nógv annað enn núverðandi arbeiðsstøðu. Vit meta, arbeiði og lesnað, serliga tá vit at føroyska ferðavinnan hevur stórt hava skrivað projektir. So við óbrúkt potentiali og harvið góðar áviíkavist 4 og 5 børnum, sum møguleikar at menna seg. Hetta Birna og Fríðun hava, hevði hetta krevur tó politiskan vilja, góðar als ikki verið møguligt, uttan eitt umstøður, samstarv og haldfastar gott bakland. ætlanir. - Og onki er at ivast í, at   eisini føroyska ferðavinnan kann fáa Er tað kostnaðarmikið? gagn av fleiri og betri lærdum fólki. Útbúgvingin kostar   umleið  110.000 kr. Harumframt Góð ráð, og kunnu tit ráða skal mann rokna við eini øðrum at gera á sama 10.000 – 15.000 kr. í bókum.  hátt, sum tit hava gjørt? Haraftuvrat kemur kostnaðurin Vit hava funnið útav, at hetta ber fyri ferðing og uppihald. til, men tó vilja vit ráða øðrum.   sum umhugsa tað sama, at Framtíðarmøguleikar innstilla seg uppá at taka støórri Vit halda okkum hava lut í undirvísingini og harvið hava góðar møguleikar á tættari tilknýti til floksfelagarnar framtíðararbeiðsmarknaðinum (í og lestrarumhvørvið. Av tí, at vit Føroyum) við hesi útbúgvingini. ikki hava verið so ofta niðri, halda Útbúgvingin hevur serligt fokus vit okkum hava mist nakað, við á tær serstøku, ella vanligu ikki reguliga at luttaka í kjaki og upplivingarfyritøkunar, so sum netverkan. 1 hevði verið, um fyrilestrarnir blivu bandaðir, men so langt er tað ikki komið enn.

Danmarkar, men hava tó langt frá havt møguleikan at verið til staðar hvørja ferð. Her hevur RUC víst vælvild, og gjørt tað møguligt hjá okkum at fylgt við á Skype, tó so at hetta bert hevur virkað nøkurlunda, orsakað av ójavnari dygd í sambandinum á Sskype. Best

[WWW.MFS.FO]

PISAN 2011

107


Pisan2011  

Pisan2011 hja MFS.fo

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you