Page 1

ÓKEYPIS

MFS.FO/FJOLNIR | SEPTEMBER 2010 | 26. ÁRGANGUR

FJØLNIR FÝRA FILMAR TIL TEY, IÐ LESA SÁLARFRØÐI OKKURT GOTT ÚR SKJÁTTUNI AT MINNAST “RÆTT“

FOKUS:

Pisudagarnir í Klaksvík & Tórshavn

Lestrardagur á Christiansborg

Yrkingin “Glatan“ hjá Ludvík Breckman

Millum tvær negl

EIN LØGFRØÐILESANDI KIRKJUROTTA IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR DARTH VADER & SOSIALISTARNIR ULLINT VALLUTØKA

HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

>> HELLO WORLD!


ODDAGREININ

ODDAGREININ Cecilia Nolsøe Poulsen Erhvervsøkonomi og psykologi Copenhagen Business School Forkvinna, MFS

Í

Fjølni frá februar 2007 skrivar Jóan Pauli Helgason um støðuna hjá MFS:

”Fá fólk til tiltøk, lækkandi limatal og minkandi áhugi at luttaka sjálvboðin í ráðsarbeiðnum.” Í 2010 hevur núverandi ráð tikið stig til at broyta hesu óhepnu støðu. Vit hava lagt dent á at gera meginfelagið meira sjónligt við at fáa nýtt búmerki, fáa nýggja og dagførda heimasíðu, røkka tey lesandi gjøgnum alternativar

miðlar og vit hava hildið tiltøk, har ið tey lesandi vanliga samlast. Somuleiðis útgeva vit nú Fjølnir í nýggjum hami og blaðið verður meira atkomiligt fyri limum og øðrum, m.a. á alnótini.

bløðum skrivað undir heitinum ”Hugleiðingar um Framtíðar Føroyar” og harafturat fáa vit áhugavert tilfar frá føroyskum lesandi, ið eru búsitandi ymsastaðni í heiminum.

Søgan hjá Fjølni er long. Elsta blaðið, ið vit kenna til, er frá 1966 og vit fara at endurprenta nakrar av greinunum, ið eru skrivaðar gjøgnum árini. Greinin hesuferð er ársfrágreiðingin frá 1967, har tit fáa innlit í spennandi tiltøkini, ið MFS setti í verk tað árið.

Hetta er fyrsta blaðið, ið verður útgivið í ár. Vit meta tað er hóskandi at lata blaðið út nú, tí vit um hetta mundið bjóðað øllum nýggjum føroyskum lesandi á hægri læristovnum vælkomnum í felagsskapin!

Høvuðsgreinin verður í komandi

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK 1620 København V mfs.fo / mfs@mfs.fo

UPPSETAN Martin Mohr Olsen

COPYRIGHT © 2010 MFS Endurgeving einans loyvd um uppruni er tíðuliga viðmerktur.

Á ALNÓTINI Hettar blaðið er eisini at fáa á alnótini við at vitja mfs.fo/fjolnir

2 | fjølnir september 2010

TALGILT PRENT Sp/f Prenta

Vegna MFS, Cecilia Nolsøe Poulsen, forkvinna.

BLAÐSTJÓRN Andrias Høgenni Bárður A. Ísheim Bergur A. Dalsgarð Birita í Dali Cecilia Nolsøe Poulsen Martin Mohr Olsen Rannvá Clementsen Regin Berg (Blaðstjóri) Tjóðhild Patursson


INNIHALDSYVIRLIT

INNIHALDSYVIRLIT 04 >>

fokus: hello world!

08 >>

ein løgfrøðilesandi kirkjurotta

10 >>

pisudagarnir

14 >>

yrking: glatan

16 >>

lestrardagar á christiansborg

18 >>

at minnast “rætt“

20 >>

ivasamur boðskapur í avatar

25 >>

millum tvær negl

26 >>

bundin málslingur

28 >>

darth vader & sosialistarnir

32 >>

ullint vallutøka

34 >>

fýra filmar til tey, ið lesa sálafrøði

36 >>

úr skjáttuni, 1967: ársfrágreiðing

fjølnir september 2010 | 3


FOKUS: HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

HELLO WORLD! >>FOKUS Í hvørjari útgávu av Fjølnir varpa vit ljós á ein áhugaverdan spurning ella eina hugleiðing ið MFS heldur vera hóskandi. Bløðini í sama árgangi lýsa sama evni og greinirnar eru skrivaðar av limunum. Hendan árgangin er evni: “Hugleiðingar um framtíðar Føroyar”.

4 | fjølnir september 2010

“Hello World” er vanligani eitt tað fyrsta forriti ein lærir tá ið ein byrjar at læra seg forritan. Um forriti riggar - tvs. skrivar “Hello World” á telduskermin, veit forritarin at hann (í Føroyum eru forritarir næstan bara mannfólk. Kennist við tvey konufólk ið arbeiða sum forritarar) skilur frymilin á málinum skrivað verður. Um “Hello World” forriti riggar og koyrur á telduni, veit forritarin eisini at skipanir ið liggja aftanfyri forriti (compilarar o.t.) eru klárar at taka í

brúk og ein kann byrja at forrita. Á málinum “C”, sær “Hello World” forriti soleiðis út:

#include <stdio.h> int main() { printf(“hello, world”); return 0; }


FOKUS: HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

Martin Mohr Olsen International Relations & Sociology University of Aberdeen Næstformaður, MFS

S

aman við vinfólki og kenningum, ið hava stóran áhuga fyri teldum, forritan og alnótini, vendist prátið ofta móti, hvussu vit sum tjóð bera okkum at við at njóta teir ágóðar, ið kunnu komast av at vita meira um og duga betur við hesum miðlum.

ella aðra tøkniliga vitan annars. Ein forritari frá eini stórari føroyskari KT-fyritøku gramdi seg um at: “Tað er ikki soleiðis, at vit fáa nakrar fáar umsóknir, ið ikki kunnu brúkast [tá ið vit søkja fólk til eitt starv] – vit fáa onga umsókn yvirhøvur... ikki eina einastu.”

Tað svarið, ið oftast kemur fram, tá ið vit práta um, at vit her á landi ikki duga nóg væl við tøkni - er at børn nú á døgum duga og vita so heilt framúr væl við teldum at onki er at stúra fyri. Um nøkur ár eru vit við í alheimsgerðini innan tøkni, tí at øll børn í Føroyum fara at vera vaksin upp frammanfyri einari teldu og fara at duga alt, sum er at duga við teimum. Tíverri eru tað oftast fólk, sum ikki eru serliga tøkniliga framlig sjálvi, ið brúka seg sjálvi sum basis fyri, hvussu væl, eitt nú, teirra egnu børn duga. Sannleikin er, at tað ættarliðið, sum er ungt beint nú sjálvandi dugir betur enn hitt fyrra – men samanborið við, hvussu væl tað ber til at duga við tøkni og teldum, duga føroysk børn (og børn í londunum rundan um okkum yvirhøvur), sum heild, einastandi illa.

Tað hevði verið áhugavert at farið inn í føroyska fólkaskúlan at kanna hvussu væl, ella...illa, okkara ungu duga við teldum. Eg vænti ikki, at tey kláraðu seg hvørki verri ella betur enn børnini í grannalondum okkara – men sum heild, tori eg at lova, at tey høvdu klára seg nógv, nógv verri, enn vit kanska ganga og halda.

Tey ungu, ið nú eru komin út á arbeiðsmarknaðin duga so illa við teldum, at tað mangan er torført, oftast ógjørligt, at finna fólk til størv, ið krevja vitan um eitt nú forritan

Spyr teg sjálva(n), ongantíð betri um tú hevur børn, hví vit sum tjóð krevja at okkara børn læra at lesa, skriva og rokna. Hvat er tað, sum ger henda lærdóm so alneyðugan at vit við lóg krevja, at øll børn skulu sleppa framat honum? Júst so alneyðugt, tað er hjá eini tjóð, at duga at lesa, skriva og rokna – er tað vorðið eins neyðugt at læra seg at brúka teldur og tøkni. Eitt barn, sum í dag veksur upp uttan at duga at brúka teldur, er at samanlíkna við eitt barn, ið ikki dugir at lesa, skriva ella rokna. Kunnleiki innanfyri teldur er, í dag, at samanlíkna við at duga at lesa eina avís ella at leggja saman kostnaðin av einum mjólkapakka og einum

rugbreyði. Hygg rundan um teg, og tað, sum er at finna í tínum daglidegi – kaffimaskinan, breyðristarin, vaskimaskinan, telefonin, bilurin, trolarin, borðiplatformurin... alt er ein telda á ein hátt ella annan. Sum tíðin gongur, og tøkni gerst alsamt bíligari, skjótari og neyðugari – noyðast vit at sanna, at jú meir vit hava brúk fyri tøkni, jú meir fara vit at hava brúk fyri snillingum, ið duga at fáast við hesa tøkni, væl at merkja, um vit ætla okkum at hendan vitan og tað arbeiðið, ið kemst av henni, skal koma innan landoddarnar. Í skrivandi stund (tó dáta frá 2009) eru Føroyar á einum 14. plássi, á heimsbasis, viðvíkjandi nøgd av alnótsbrúkarum (76,4% av føroyingum). Vit eru eisini eitt ríkt land. Í 2004 vóru vit tað 10. ríkasta landið í heiminum. Men vit eru sjálvandi eisini eitt lítið land – eitt evarska lítið land. Hóast vit runda upp til 50.000 innbúgvar, gerst mongdin av teldusnillingum tó evarska lítil – í mun til, hvussu nógv KT og tøkni hevur at siga í okkara nútímans samfelagi (38 KTverkfrøðingar byrjaðu á Setrinum nú í september3). Pierre Bourdieu var ein franskur sociologur av tí kritiska / strukturella skúlanum, og er hann ofta ein fjølnir september 2010 | 5


FOKUS: HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

teirra, sociologi-lesandi skjótt gerast varug við. Bourdieu skrivar um “Kapital” – sum so ikki meint sum peningaligan kapital av reiðum peningi, men heldur eitt slag av virði ella virðing. Bourdieu tosar um fýra sløg av kapitali: “Fíggjarligan kapital”, atgongd til pening, ognir ella eitt nú uppsparing. “Sosialan kapital”, ta mongd av rásarúmi, ein einstaklingur hevur í einum netverki av fólki, til dømis um møguleiki er fyri at klatra uppeftir á einum sosialum stiga. “Symbolskur kapitalur”, er symbolsk virði, ein einstaklingur hevur úteftir, til dømis eftir at hava bjarga lívinum hjá øðrum, ella eftir at hava verið í hernaðartænastu. Síðst er tann “mentanarligi kapitalurin”, hetta er tann status, einstaklingurin fær, við at ogna sær vitan um heimin, við at lesa á universiteti, ferðast nógv, duga fleiri ymisk mál, duga at spæla ljóðføri ella til dømis at vera teldusnillingur. Eftir mínum tykki, er hesin mentanar kapitalur ein

6 | fjølnir september 2010

tann mest áhugaverdi. Bourdieu fíndeilir mentanarliga kapitalin sundur í trý ymisk støði: Innbygdan(embodied), objektifiseraðan(objectified) og institutionaliseraðan (institutionalized) kapital. Tann innbygdi mentanar kapitalurin er ein, ið kemur frá tí, ið Bourdieu kallar “Habitus” – tað vil siga, okkara umhvørvi. Tað er tað, ið vit sum børn og ung læra frá okkara foreldrum, familiuni og samfelagnum annars (stutt sagt: socialisering). Tað er hetta, sum ger, at føroyingar flest ikki blunka við at síggja eitt grindadráp, meðan eitt ferðafólk øtast við hesi barbarismu. Sum eitt slag av osmosu, er hesin innbygdi mentanar kapitalur ein nakað sein process. Tað eru tey virði, vit súgva í okkum – alt frá góða-nátt-søgunum og mussunum frá mammu, demokratisku virðini á Tingi, trúgvin á, at fólk eru ymisk, og at tað er okkum loyvt at býta tey upp sambart húðarlitið, kyni ella annan keðiligan hátt, ella vissan um, at øll børn í skúlanum skulu læra at

lesa, skriva og rokna. Hesin kapitalur er tað, ið okkara “habitus” – okkara umhvørvi venur okkum við at halda er tað “rætta”. Tað “rætta” hevur leingi verið at menn hildu sjóleiðina, kvinnur hildu hús, og børn sjálvandi hildu kjaft. Eingin slapp at gera vart við seg sjálvan, og øll fóru í kirkju. Soleiðis var okkara habitus fyri ikki so langari tíð síðan – men soleiðis er ikki longur. Tíðirnar eru broyttar, umhvørvið er broytt og meiningarnar broytast alsamt. Heimurin er broyttur. Mátin vit samskifta við heimin og møguleikarnir at gera seg galdandi úti í heiminum eru broyttir. Sum eitt tað ríkasta landið í heiminum, og eisini eitt tað mest alnóts-knýtta – áttu vit eisini at verið eitt tað mest framkomna landið í heiminum. Men sum áður sagt, so eru vit eitt evarska lítið land. Vit eru so fá fólk, at mongdin av teldusnillingum, og framtíðar Bill Gates’um, er alt í verðini ov lítil, til at vit sum tjóð kunnu vænta okkum at gera nakran mun.


FOKUS: HUGLEIÐINGAR UM FRAMTÍÐAR FØROYAR

Pierre Bourdieu

Loysnin, er at flyta habitus enn meira. Fyri at kunna hava nakra ávirkan sum KT-tjóð noyðast vit, at vaksa um mongdina av møguligum KTsnillingum. Vit noyðast at fara frá teimum 38 KT-verkfrøðingunum sum júst eru byrjaðir á Setrinum, til 50.000 snillingar um, lat okkum siga... 50 ár. Vit noyðast at gera av, at øll børn í Føroyum læra at forrita frá fyrsta skúlaárið og 10 ár fram. At tey læra at forrita, júst sum tey læra at lesa, skriva og rokna – tí at ein einstaklingur um 50 ár, ið ikki dugir at

forrita, um ikki annað, so til húsbrúk, fer at vera at líkna við ein einstakling í dag, ið hvørki dugir at lesa, skriva ella rokna.

lærarar, ið sjálvir duga at forrita og so framvegis, men vit hava skund, 50 ella 100 ár er stutt tíð. Enn hava vit langan veg at fara.

Tað besta av øllum, er at forritan er løtt at læra. Øll kunnu læra at skriva forrit. Forritan er snøgt sagt, at duga at rokna við bókstavum, dugir tú at lesa, skriva og rokna – so er onki uppá seg at læra forritan. Sjálvandi tekur tað tíð, og vilja at læra seg okkurt nýtt, og tað verður ringt at broyta skúlaskipanina, útbúgva

Broyta vit okkara habitus, okkara mentala umhvørvi á hendan hátt, blívur “Hello World” ikki bara tað fyrsta stigið inn í forritan hjá tí einstaka. “Hello World” blívur tá eitt hart róp út í heim hjá eini evarska lítlari tjóð. •

fjølnir september 2010 | 7


EIN LØGFRØÐILESANDI KIRKJUROTTA

EIN LØGFRØÐILESANDI KIRKJUROTTA Rannvá Clementsen BA Jura Københavns Universitet

“Vælsignaða skriva okkurt um at tú lesur løgfrøði og samstundis arbeiðir í bispagarðinum í Keypmannahavn!”

H

esa grein skrivar Rannvá Clementsen í sambandi við, at hon fekk ein meyl frá okkum: “Vælsignaða skriva okkurt um at tú lesur løgfrøði og samstundis arbeiðir í bispagarðinum í Keypmannahavn”! “Íjøssus! Arbeiðir tú har?” siga vinir og kenningar, og hyggja eftir mær, sum er tað vandi fyri at eg fari at krevja, at tey játta sína kristnu trúgv á hebraiskum! 8 | fjølnir september 2010

Tá ið fyrsti skelkurin hevur lagt seg, kemur altíð eitt spyrjandi “Hvussu ólukkan ert tú enda har?”. Well.... Tað er fyrsti sunnudagur í advent, og eg eri stødd í København NV har Brian, Dennis og hinir kúllarnir halda til. Úr einum húsablokki, ið als ikki gevur tær ábending um, at her er talan um eitt átrúnaðarligt tilhaldsstað, ringir ein

elektrisk klokka inn til guðstænastu. Um jóltíðir fái eg altíð brell at hoyra ein gamlan mann tosa um gamlar dagar. Nei, okay, eg noyðist at viðganga, at einasta orsøkin til at eg havi bart meg av songini er, at vinkonan skal syngja í kirkjuni henda sunnudagin í advent. Innkomin í hetta heilaga hús títt, komi eg at sita saman við eini vanligari kjarnufamilju: Mamma,


EIN LØGFRØÐILESANDI KIRKJUROTTA

“Hvar er løgfrøðin á bispagarðinum?”. Verða tey tíggju boðini dagførd ella...? “ pápi og tvey børn. Men hetta vísir seg ikki at vera ein heilt vanlig mamma. Henda mamman er nevniliga fastir vinkonuna, ið skal syngja. Hon er cand.jur og skrivstovustjóri í bispagarðinum í Keypmannahavn. Ein mánaða seinni hevði eg mín fyrsta starvsdag í bispagarðinum. Nú hugsar tú kanska “Jú, okay, hatta er mikið gott, men hvussu viðkomandi er starvið í lestrarhøpi? Hvar er løgfrøðin á bispagarðinum?”. Verða tey tíggju boðini dagførd ella? Nei ikki heilt. Bispurin hevur nakrar grunnar til vælgerðandi endamál. Frá

gamlari tíð hava prestar og próvstar umsitið hesar grunnar. Í dag eru tað løgfrøðingar, ið koyra við klattinum! Ella rættari wanna-be løgfrøðingar sum undirritaða. Kynstrið er tó ikki at umsita grunnar. Kynstrið er at umsita grunnar meðan tú gongur í skúla. Starvið fatar um 15 tímar um vikuna, og hetta órógvar ikki lesturin. Tvørturímóti er starvið við til at tryggja, at tað ikki lekur ov illa millum teori og praksis. Ikki tær at siga, tá ið tað regnar á prestin, so dryppar á deknin. Starvið og lønin er eitt vælsignað íkast

til mítt ela lítla húsarhald. Umframt fakliga og peningaliga íkastið, letur starvið eisini hurðar upp til ein veruleika við starvsfeløgum og innliti í gerandisdagin hjá einum málaráði í Danmark. Samanumtikið er tað stuttligt at síggja reaktiónina hjá fólki, tá ið eg sigi, hvar eg arbeiði. Andlitsbrøgdini avdúka einki sum so, men eg tori at svørja uppá, at tey bæði hoyra sálmasang og brúsandi urgutónleik fyri sær. Sæl eru tey í andanum fátæku. •

fjølnir september 2010 | 9


PISUDAGAR

Pisudagar

í Klaksvík & Tórshavn Pisudagarnir eru eitt átak, ið er samskipað av Holger Arnbjerg frá Ask, Eik Banka og MFS við tí endamáli, at kunna tey, ið eru ávegis uttanlands at byrja eina útbúgving, um alt tað, ið tey skulu hava í huga, áðrenn tey fara og tá ið tey eru komin fram. Umboð fyri Eik greiddu frá um fíggjarligu møguleikarnar. Holger, ið veit alt um alt, ið er at vita um at lesa uttanlands, greiddi frá og Cecilia frá

Martin Mohr Olsen International Relations & Sociology University of Aberdeen Næstformaður, MFS

A

ftur í ár vóru vælumtóktu Pisudagarnir á skránni. Hesaferð vóru teir í Klaksvík (3. august) og í Havn (4. august) - og heilt fitt av fólki møtti upp at kunna seg um lestrarmøguleikar uttan fyri landaoddarnar. 10 | fjølnir september 2010

MFS tosaði um tað, ið MFS hevur at bjóða teimum lesandi. Aftaná, var eitthvørt gott til góman, DJ og møguleiki var hjá pisunum at tosa við limir í MFS, ið vóru møttir upp at svara spurningum um londini har júst tey nú lesa seg klók. Samanumtikið, tvey hugnalig kvøld við nógvum eldsálum, ið nú eru á veg út í heim at nema sær eina útbúgving. Vit ynskja teimum góða eyðnu! •


PISUDAGAR + KUNNING

Wiki Í skrivandi stund arbeiðir MFSnevndin við at nútímansgera heimasíðuna MFS.FO. Vónandi er nýggja síðan klár at taka í nýtslu, tá ið tú lesur hetta. Ein av (nógvu) ætlanunum við heimasíðuni, er at byrja eina MFSWiki-skipan – júst sum Wikipedia. Av tí at tær ymisku nevndirnar ofta verða skiftar út og nýggj fólk koma til í heilum, halda vit tað vera áhugavert at royna at skriva niður allar royndir okkara og allar tær ymisku hugleigingar, ið komast av at arbeiða við tí, ið fer fram í samband við MFS. Vit bjóða tí øllum, ið vilja vera við til at stuðla hesi Wiki um at kunna seg inni á: mfs.fo/wiki. Takk.

Kjak Samstundis við at vit royna at smíða eina Wiki, fara vit eisini undir at byrja eitt kjak-torg á heimasíðuni hjá MFS. Ætlanin er at hetta verður eitt stað, har teir nógvu ymisku bólkarnar innanfyri MFS kunnu savnast, kjakast og hjálpast at. Um torgið er komið upp at standa, tá ið tú lesur hetta, vóna vit, at tú skundar tær inn á mfs.fo/kjak at skráseta teg og sjálvandi kjakast fyri lívinum. Í næsta blaði, fara vit at royna at hava onkra longri grein um nýggju heimasíðuna. Martin fjølnir september 2010 | 11


PISUDAGAR

12 | fjølnir september 2010


PISUDAGAR

fjølnir september 2010 | 13


YRKINGAR

Yrking: Ludvík Breckman

14 | fjølnir september 2010


YRKINGAR

GLATAN Reyv og bróst og massar av tvøst! er tað mín frelsa ella mín løst Hvat er ef tir at sig a tá ið verkið er framt Og sólin liggur uppá lúr undan va tn skorpuni Fyri at skríggja meg í andlitið Eg spegli mær í lygnini mín dagliga speg ilsmynd roynir at billa m ær inn Bilarnir súsa á ve gnum Teska mær óljóð og mishát tar tank ar Tann br ýndi dolk urin rakti langt undir belti Et tín egna lort Áðrenn tú fert á knæ fyri presti At krúnast til keisa ra Eg eri tann eg er i eitt brent listave rk øska í vindinum Eg havi samkens lu fyri ókrútinum á tíni grøv øll verða vit fødd og skrødd upp vi ð rót fyri at leggja fó t fyri okkara næ stu

Søkka skal hann ið útspillir annan mann søkka skal hann djúpt í egnum lo rti og verða hildin fyri turran spát t eins og tann føro yski búnin... hjá Rúnu Siversen

Andaliga skeivu r sum tann føroys ka húgvan spegli eg mær í tí slitnu sólini í fær hitan at svei tta og sjógvin at dr ukna innantanna Eg føli meg eins og bilarnir ut tanf yri ið teska óljóð og spýta royk vút úr teirra eitra ðu lungum Tað var ikki eg Tað vóru mínar reyðu trussur í fingu tarvin at stanga segði tú meðan lygnin ge ispeiði og lat

sum einki

Eg havi altíð verð i ein hálvur Jesu s Sátan krevur jú eisini sín sess á tingi

Sátan Lucia, Sá tan Lucia minst til faðirvár at biðja um náði frá sker seldinum áðrenn tú dettur innum ævinleika ns gátt Tínir brunnar skei nkja tosta til tysta r menn mín svar ta sól mítt hjálpartól hví drakk eg teg um tú vart spilt Mítt brenda ból mítt skálkaskjól í grøvini er altíð stilt Reyv og brøst og massar av tvøst er tað mín frelsa ella mín løst Reyv og brøst og massar av tvøst í síðsta enda er hjar ta størst.

fjølnir september 2010 | 15


LESTRARDAGUR Á CHRISTIANSBORG

LESTRARDAGUR Á CHRISTIANSBORG Birita í Dali Stjørnmálafrøði á 3. ári Københavns Universitet Forkvinna fyri nevndina i Keypmannahavn

16 | fjølnir september 2010


LESTRARDAGUR Á CHRISTIANSBORG

Møguleikarnir, ið vóru nevndir kunnu í stuttum setast upp soleiðis: >> Føroyar limur í ES gjøgnum Danmark. >> Føroyar sum sjálvstøðugur limur í ES. >> Føroyar sum partur av norðurlendskum felagsskapi . samstarvar við ES.

E

itt av væleydnaðu afturvendandi tiltøkunum, sum MFS er við til at fyriskipa, er lestrardagurin á Christiansborg. Tað er Norðuratlantsbólkurin, ið samstarvi við felagið fyri tey lesandi úr Grønlandi, Avalak, og MFS, sum skipar fyri lestrarstevnuni. Heitini á evnunum, sum fyrr hava verið tikin upp, eru: ”Tá vindurin blæsur”, ”Farvæl til blokkstuðulin – og hvat so?”, ”Tá fjøllini kalla”, og í ár var evnið um Norðuratlantshavið og ES.

Nógv sjónarmið vóru førd fram úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Noregi bæði fyri og ímóti ES. Evnið er breitt, spennandi, viðkomandi og átrokandi, og tað førdi eisini við sær eitt lívligt kjak um, hvørjir møguleikar eru.

spurningar, sum eru meira ágangandi. Á hvørjum ári enda vit dagin við eini veitslu við skemti, felagssangi og góðum mati. Í sambandi við stevnuna koyra bussar úr Aalborg, Århus og Odense, so lesandi har eisini hava møguleika at vera við.

Lestrarstevnan gevur okkum ein góðan møguleika at fáa innlit í og yvirlit yvir politisku støðuna. Vit lesandi hava eisini eitt frálíkt høvi at seta okkara fremstu politikarum spurningar fyri at blíva kunnað um ymisk viðurskifti, men eisini

Vónandi verða vit mong lesandi, sum á lestrarstevnuni næsta ár fara at fáa ein mennandi kjakdag og eina stuttliga og hugnaliga veitslu. •

fjølnir september 2010 | 17


AT MINNAST “RÆTT“

AT MINNAST „RÆTT“

Bárður Atlason Ísheim Philosophy and Politics University of Aberdeen

E

g minnist tað, sum var tað í gjár. Fjakkingarferð okkara ígjøgnum Eystur-Evropa var júst byrjað. Vit høvdu keypt okkum ein Interrail ferðaseðil og tað fyrsta vit ætlaðu okkum at síggja var Berlin. Vit vóru spent at síggja hendan søguríka býin, ið bæði hevði spælt ein stóran leiklut undir øðrum heimsbardaga og kalda krígnum. Eingin av okkum hevði fyrr verið í Berlin og av einum søguliga so týdningarmiklum býi, vóru vit samd um at tað var eitt krav at síggja hann Vit ganga á høvuðsgøtuni í Berlin, Under Den Linden. Tað er summar. Eitt heldur súrligt lot av Vestri og í handlunum stríðast fólk fyri at fáa sítt dagliga fix av nýmótans klæðum. Tey flestu av teimum síggja út sum ferðafólk og tó stressa tey eins nógv og ein kundi ímynda sær at kolanámsarbeiðarar gjørdu í 1800 talinum. Munurin er bara, at tey eru drivin av tí teimum dámar, meðan eg havi torført við at trúgva at kolanámsarbeiðararnir arbeiddu tí teimum dámdi tað. Spurningurin er tó, um so stórur munur er á hesum báðum hóast alt. Ella 18 | fjølnir september 2010

rættari sagt, um líkheitirnar ikki eru størri enn vit halda. Keypa hasi fólkini ikki fyri at liva? Hava tey veruliga ein frían vilja, í so stóran mun sum tað sigst? Vit vita øll hvussu torført tað er at halda sær frá tí einum dámar, og hví skal ein tað? Tað er jú ein rein mótsøgn - og vanliga loysa mótsagnir ikki nakran trupulleika. Vit eru stýrd

av tí vit elska, sum Aldous Huxley so beinrakt lýsir tað og júst tí er hetta eitt boð uppá hví forbrúkaramentanin virkar sum grundarlag fyri eitt nú tí búskaparskipan, ið heimurin virkar eftir í dag. Eftir at hava gingið á Under Den Linden eina góða løtu, gjørdu vit av


AT MINNAST “RÆTT“

fram og settu okkum at velja burturúr. Tað vóru minst hundrað ymsir rættir, og ein stórur partur av teimum hevði fingið heitið uppkallað eftir onkrum kendum leiðara ella hending undir kalda krígnum og øðrum heimsbaradaga. Tó var einki navn frá Sovjet ella Nasi-Týsklandi umboðað, sum um at tað var vandamikið at minnast umtalaðu. Til tess at uppliva Berlin sum best, bílegði eg eina heldur tunna Roosevelt súpan og ein stóran Churchill-búff.

at leiðin skuldi ganga til Checkpoint Charlie, ið undir kalda krígnum var best kenda staðið í Berlin, har møguligt var at ferðast frá Sovjetsamveldinum til Vesturheimin. Aftaná múrurin fall í 1989 varð Checkpoint Charlie gjørt til ein minnisvarða fyri Kalda Kríggið og verður tað hvørt ár vitjað av ferðafólki í túsundatali. Tað sær út sum ein lítil gamal hjallur, ið mestsum av tilvild stendur mitt á vegnum í miðjuni av Berlin. Hetta var ein heldur absurd sjón, men søguliga er hetta staðið tó at meta við eina borg. Eitt súmbol upp á tey køldu árini frá 1945 til 1989. Vaktir í búnum frá kalda krígnum, stóðu rundan um tað, og ferðafólk vórðu bjóðað at taka myndir saman við teimum og soleiðis minnast hvussu ræðulig tíðin var undir kalda

krígnum. Vit tímdu tó ikki at standa og bíða og hildu á fram. Sum vit komu spákandi, komu vit fram á eina standmynd av Amerikonsku Fríheitsgudinnuni og undir liðini stóð ein smádrongur og heilsaði okkum við sokallaðu nasiheilsanini. Hann helt eftir øllum at døma Fríheitsgudinnan heilsaði Hitler. Óvist var um man skuldi flenna eftir tí ella ikki, men ein kann við eitt sindur av hugflogi og góðum vilja skilja, at hann ikki sá mun á teimum. Tá ein eitt sindur eldri drongur kom út úr handlinum, nokk stóribeiggin, skundaði hann sær at seta beiggjan upp á pláss og vit hildu somuleiðis leiðina víðari. Eftir fleiri tímar til gongu vóru vit øll svong og settust inn í eina matsovu beint við Charlie. Vit tóku matkortið

Vit stuttleikaðu okkum óført við at hugleiða um hvussu nógv man kann brúka søguna til og komu síðani inn á hvørji heitini høvdu verið, um Sovjet hevði herðtikið Berlin. Trotski súpan og Stalin búffur, høvdu verið eitt sindur verri at fingið niðurum hjá okkum. Men um vit vóru uppvaksin við Stalin ella Hitler sum leiðarum, heldur enn vesturlendskum forsetum, hevði matstovan nokk fari á heysin, um hon bara seldi Rossevelt súpan og Churchill-búff. Tað var byrjað at regna og vit vóru nú noydd at skunda okkum víðari. Berlin er ein modernaður vesturlendskur stórbýur við alskyns handlum og merkisstøðum, men samstundis er hann ein minnisvarði um samleika okkara, um hvør vann Kalda Kríggið og Annan Heimsbardaga. Eitt súmbol upp á Vesturheimin. Komin út úr matstovuni, gjørdist hetta alt meira klárt fyri okkum. Enn hugtikin av evninum, kjakaðust vit framhaldandi og samdust um, at søga og samleiki hanga treytaleyst saman og at tað bæði fyri einstakling og tjóð er týdningarmikið, at minnast søguna ”rætt” - Og ikki at gloyma fyri matstovurnar. • fjølnir september 2010 | 19


IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR

IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR Hans Mols Mortensen Odontology Københavns Universitet

Í

myrku biografsalunum kring heimin brúka alsamt fleiri filmar nýggja 3D-tøkni, ið kámar markið millum hyggjaran og filmin soleiðis, at hyggjarin nú fær kenslu av, at hann veruliga er inni í filminum! Henda møguleika hava nógv fólk kring heimin gjørt sær dælt av við seinasta filminum hjá James Cameron, Avatar, ið sanniliga er ein fragd fyri eygað, men sum søga heldur fátæk og illgrunaverd. Í filminum síggja vit eina samanrenning av romantiskari natúrdyrkan og sjálvhatandi antimodernismu, og søgugongdin fylgir einum leisti, ið hevur verið brúktur líka síðan Kevin Costner dansaði við 20 | fjølnir september 2010

úlvum á sinni. Filmurin fer fram í 22. øld á herligu planetini Pandora. Her hitta vit kettulíknandi Na’Vi fólkini, ið liva friðarliga í natúruni. Tey fáa vitjan av amerikanska herinum, ið tørvar virðismikið ráevni, ið einans eru at finna í undirgrundini hjá Na’Vi fólkunum, og við vápnum jagstra amerikumenn fólkini burtur og knúsa heim teirra. Na’Vi fáa tó hjálp frá eini moralskari hetju; og við at biðja til natúruna sjálva megna tey at reka burtur grammu amerikonsku hermegina. James Cameron hevur ofta tosað um sterka umhvørvisboðskapin í Avatar, ið kemur til sjóndar sum eitt vistfrøðiligt álop á nútíðarsamfeløg

í vesturheiminum. Tað er greitt, at fyri Cameron umboða Na’Vi fólkini ein betri livihátt enn harðrendu amerikumenninir, ið einans ræna og oyðileggja vøkru natúruna við sínum køldu og dálkandi tólum, ístaðin fyri at verja hana. Amerikumenninir í Avatar skulu sjálvsagt umboða okkum í 21. øld, og hesin bitin er ikki ringur at svølgja, tí mong okkara stúra fyri natúruni og teimum skaðiligu árinum, sum dálking hevur á vistskipanir og veðurlagið.


IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR

Vælmeinandi umhvørvisverjar hava í nógv ár lært okkum um dálkingarvandar, og hvussu vit øll kunnu liva – ja, lat okkum bara siga tað soleiðis – grønari. Av tí, at vit menniskju liva bæði av og í natúruni, eiga vit sjálvandi at hava áhuga fyri, at natúran ikki verður oyðiløgd. Hesin sjálváhugi fær samvitskufull fólk til at broyta sín lívshátt soleiðis, at tey t.d. brúka blýfrítt bensin og ikki oysla við heita vatninum – ómaksleysar umleggingar, ið vit øll kunnu gera. Bæði á lands- og altjóða støði verða politikarar trýstir til at fremja grøna orkuframleiðslu, meðan dálkandi kolverk verða stongd ella umløgd. Privati granskingarídnaðurin fær nú úr at gera við at finna fram til nýggja

orkusparandi tøkni; nógvir pengar eru at vinna, og soleiðis heldur henda risastóra grøna maskinan á. Grønt er nú blivin ein politisk hugsjón – grønveldi – og eins og innan allar aðrar hugsjónir og rák eru fólk, ið fara ov langt við boðskapinum. Eftir øllum at døma eru nógv fólk, ið leingjast eftir eini farnari tíð, har eingi háhús og asfalteraðir vegir við larmandi og dálkandi bilum vóru við til at seta sín keðiliga dám á heimin. Hví fólk í 21. øld hava hug at liva uttan nýtímans hentleikar er undrunarvert; partur av svarinum til henda spurning má verða tey New Age-hugskot, ið ofta fylgja við hesi barnsligu ynskishugsan um gamlar dagar. Óvísindalig rák við lekjandi krystallum, homøopati

og andamanarí eru frammi í tíðini, meðan MMR-koppseting av børnum ofta verður frávald, tí nøkur av hesum øru hippie-fólkum halda koppseting vera eina samansvørjing millum læknar og heilivágsídnaðin. Koppseting er ”ónatúrlig” og harvið ógrøn, og hevur tí møguliga eisini beinleiðis skaðilig árin á barnið. Hesin víðgongdi formur av grønveldi minnir nakað um fullkomiliga svøku trúgvina hjá Jehova vitni um, at man ikki uppá nakran hátt má taka ímóti blóði, tí sálin og lívið er í blóðinum(Sjá 1 Mós 9: 3,4, 3 Mós 17: 13,14, Áps 15: 28,29, Áps 21: 25). Mong kristin foreldur eru tí blivin dømd fyri at forða teirra børnum at fáa blóð í sambandi við lívsneyðuga læknaviðgerð. fjølnir september 2010 | 21


IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR

Grønveldi er sostatt fyri summi blivið mest líkt einum átrúnaði, og alt hetta skilir James Cameron væl, tí gjøgnum alla hansara talgildu søgu er innvovin eitt slag av panteismu – ein trúgv, ið javnsetur Guð við natúruna. Burtur er nú hin hevndarhugaði og ótolni Jahve; dømandi og revsandi gudurin hjá monoteistunum, ið hava kúgað heimin í túsind av árum við steinrunnari og avbyrgjandi bókatrúgv. Panteisman er mildari og kallar ístaðin menniskjuna í kirkju við natúruni sjálvari; eini móðurligari andaveru, ið ansar eftir øllum. Tey flestu halda, at Karl Marx einans avmarkaði átrúna til uppspunnan rús og ynskishugsan – opium fyri fólkið, sum øll siga. Hetta er ikki satt, tí um brotið verður sligið upp og lisið í heild og høpi í innganginum av hansara kritikki av rættarheimspekini hjá Hegel, sær lesarin, at Marx eisini sera

22 | fjølnir september 2010

vakurt hevjar átrúnaðin upp til at vera ein natúrligan part av heiminum. Tað er einki einfalt við hesi hugsan, tí Marx áleggur okkum at skilja, at kritikkur ikki hevur til endamáls at taka burtur frá okkum troystandi søgur, men at gera okkum fræls av átrúnaðarligum leinkjum, so vit megna at finna fram til sonnu søgurnar í hesum heimi. Ein annar, Sigmund Freud, segði átrúna fáa drívmegi frá ynskishugsan og deyðsangist, og at átrúnaður sostatt ikki hvørvur, fyrr enn menniskju ikki longur eru bangin fyri deyðanum. Um báðir hava rætt, er sostatt einki undarligt í, at fólk skifta gudin hjá Ábrahami út, tá tey troyttast av honum, við eina aðra minni krevjandi gudaveru. Spurningurin er, um panteistiska gudinnan er eitt dygdargott val, ið hevur uppiborið at blíva tilbiðin, ella

um gomlu jødarnir møguliga høvdu rætt, tá teir bannaðu okkum at telgja troystandi skurðgudar? Panteisma hevur somu grundliggjandi trupulleikar sum monoteisma, tí ósvaraður stendur enn beinrakni og lemjandi spurningurin hjá gamla Epikurus: ”Hvaðani kemur hitt ónda?”. Sjálvt ikki gløggastu gudfrøðingarnir hava verið førir fyri at greiða okkum frá, hvussu Guð kann vera algóður, alvitandi, almáttugur og samstundis loyva líðing í heiminum; og málið verður als ikki loyst við at innseta ein hugnaligan natúrgud, eins og Cameron ger í Avatar, ístaðin. Gátan hjá Epikurus kann sjálvandi lættliga loysast, um vit loyva okkum at siga, at Guð er óndur – og um vit lesa sokallaðu halgu tekstirnar, finna vit skjótt nógv sum undirbyggir hesum uppáhaldi. Neyðugt er tó ikki at grunda yvir,


IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR

“Den religiøse elendighed er på en gang udtryk for og protest mod den virkelige elendighed. Religionen er den betrængte skabnings suk, den er en hjerteløs verdens hjerterørelser, den er åndløse tilstandes åndsindhold. Den er folkets opium. At ophæve religionen som folkets illusoriske lykke er at fordre folkets virkelige lykke. Fordringen om at opgive illusionerne om sin tilstand er fordringen om at opgive en tilstand, som har illusioner behov. Kritikken af religionen rummer altså i kim kritikken af den jammerdal, hvis helgenglorie religionen er. Kritikken har plukket lænkernes imaginære blomsterkrans itu, ikke for at mennesket skal bære fantasiløse og trøstesløse tanker, men for at det skal kaste lænkerne af sig og plukke levende blomster.”

Karl Marx, úr innganginum til ”Kritik af den Hegelske Retsfilosofi”, 1844.

hví vit skulu tilbiðja eina natúru, ið loyvir líðing; tí um vit noyða okkum sjálvi at góðtaka heimin, sum hann veruliga er, heldur enn at villast inn í kensluhugaða og einfalda hugaheiminum hjá Cameron, síggja vit, at natúruni ikki tørvar tilbiðjan. Um man vil sleppa sær av við býtta tankan um eina vælmeinandi natúru, ið ansar eftir øllum, noyðist man bert at hugsa um, at av øllum teimum

djórasløgum, ið hava livað, eru í dag 99,9% útdeyð! Afturat hesum vita vit eisini, at umleið einaferð fyri hvørji 100 milliónir av árum rakar ein komet Jørðina, og hetta hevur við sær altoyðandi avleiðingar fyri tey djóraog plantulív, ið vóru frammanundan. Natúran legði ikki petti í tá, og eingin grund er til at halda, at hon ikki hevði verið eins líkasæl, um vit øll doyðu í morgin.

Vit menniskju eru komin langt, síðan okkara forfedrar stríddust fyri lívinum á Afrika savannu, og tað var ikki natúran, ið eigur heiðurin fyri tann framburð, sum síðan tá hevur eyðkent menniskjasamfelagið: men einans menniskjan sjálv! Farnir eru dagarnir, tá vit lógu verjuleys móti umreikandi rovdjórum, svong og frystu í fjallaholum. Menniskjan er nú djóranna kongur, tí vit fyri

fjølnir september 2010 | 23


IVASAMUR BOÐSKAPUR Í AVATAR

langari tíð síðan avgjørdu at arbeiða ímóti tilvildarligu og náðileysu natúruni. Djørvu forfedrar okkara brúktu hugflog og royndir til at virka fram tól, ið mentu teirra førleikar og loyvdu teimum at náa nýggjar hæddir og seta sær nýggj mál. Dagsins rúmdarkikarar loyva okkum at skoða fjarari stjørnubreytir enn nakrantíð áður, og nýggj sjóneykutøkni geva okkum innlit í minstu byggiblokkar alheimsins. Um vit vilja vinna á teimum trupulleikum og hóttanum, ið framtíðin fer at føra við sær, verður hendan vitanin um tað allarstørsta og tað allarminsta – og alt, ið er ímillum

hesi bæði – alneyðug. Í yrkingini ”Invictus” eggjar William Ernest Henley okkum til at seta okkum fyri at verða harrar yvir okkara egnu lagnu; eingin ætlan kundi verið meiri vandamikil enn at kasta allan dýrabæran lærdóm og alla tøkni fyri borð, og lata vælveruna hjá okkum og okkara børnum yvir til natúrliga tilvild í einum frumkendum veiðusamfelag. Vit menniskju hava longu roynt hetta lívið, og tað varð á ongan hátt líkt friðsæluni hjá Na’Vi fólkunum í Avatar, tí her eru eingir gudar sum vit við bøn kunnu fáa at hjálpa okkum úr

teimum vandum, ið vit áhaldandi fara at møta í natúrini. Eingin sigur lívið í dagsins framkomnu samfeløgum í vesturheiminum vera fullkomið, men James Cameron heldur eftir øllum at døma, at besti mátin at betra eitt land sum U.S.A., hevði verið at vent aftur til eina frumtíð líkari henni, ið var, áðrenn hvíti maðurin legði at landi har! Man skal sjálvandi verða opin fyri øllum hugskotum, men einans eitt fullfíggjað skammlop í okkara heilavirksemi kundi opnað hurðini fyri sovorðnum býttleika. •

Invictus Out of the night that covers me, Black as the Pit from pole to pole, I thank whatever gods may be For my unconquerable soul. In the fell clutch of circumstance I have not winced nor cried aloud. Under the bludgeonings of chance My head is bloody, but unbowed. Beyond this place of wrath and tears Looms but the Horror of the shade, And yet the menace of the years Finds, and shall find, me unafraid. It matters not how strait the gate, How charged with punishments the scroll. I am the master of my fate: I am the captain of my soul. William Ernest Henley

24 | fjølnir september 2010


MILLUM TVÆR NEGL

MILLUM TVÆR NEGL navn og aldur Eva Laursen, 23 ára gomul.

hevur tu nakað gerandisráð? Eg veit ikki.. eg royni at liva lívið róligt.

hvaðani ert tú Eg eri fødd og uppvaksin á Tvøroyri .

keypur tú vistfrøðiligt? Ja, eg keypi bara visfrøðiligar mjólkavørur.

hvat lesur tu og hvar? Eg lesi heimspeki á universitetinum í Keypmannahavn .

hevur tú ella ætlar tu tær at lesa aðrastaðni? Nei. Eg haldi, at tað virkar sera spennandi at fara uttanlanda at lesa, men eg haldi, at tað tók mær nóg langa tíð at blíva intergrerað í Keypmannahavn, so eg eri ikki klár at fara víðari enn. Haldi heldur ikki eg havi longsulin at sleppa víðari enn.

hvat gjørdi tu áðrenn? Áðrenn eg byrjaði at lesa, stóð eg eitt ár og smíltist í Sunset Boullevard í SMS, og áðrenn tað gekk eg trý ár á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, og áðrenn tað gekk eg 10 ár í Tvøroyrar fólkaskúla, og so nú eru vit komin til barnagarðstíðina, har eg rann runt og filosoferadi haha. hvørjum tekst tu við í frítíðini? Orðið frítíð hevur ikki somu meining, tá tú lesur á universitetinum. Tá onnur hava frí frá arbeiði hava tey fríð, men tá vit lesandi eru liðug við fyrilestrar hava vit ikki frí. Tí brúki eg eisini nógva av mini ”frítíð” at lesa og fyrireika meg. Eisini brúki eg tíð uppá at arbeiða á Norðuratlantsbryggjuni, og annars royni eg eisini at fáa kvalitetstíð saman við vinum og sjeikinum. Men heilt generelt so fyllir mín lesnadur órtúliga nógv í mínum gerandis degi. Kanska ov nógv.

hvat hevði tu tikið við á lítla dìmun?

Tad kemur an uppá so nógv, men um tad handlar um fleiri dagar einsamøll uttan mat og drekka og møguleika fyri transport, so hevði eg tikið eitt telt (uttan brukaravegleiðing), ein solidan appelsinjuicepakka, bókina, sum eg ongantið komi ígjøgnum, ” Sein und zeit” hja Heidegger, og annars so bara nokk av heitum klæðum og nógvar panodil. besta tónleika uppliving?

Sera trupult at svara. Havi haft so ótrúliga nógvar góðar tónleika upplivingar! Men eg haldi enn, at My Bloody Valintine á Roskilde 2008 vinnur 1. plássið!

um onkur hevur hug at lesa sama sum tú, hvørji ráð hevur tu so til viðkomandi? Um ein ætlar sær at lesa heimspeki, so kan ein gott droppa tankan um reyðvín og talv og ekstenstialistisk prát um Satre og Camus. Vit lesa akademiska filosofi. Misskilji meg ikki, heimspeki er ein sera spennandi lestur, men tað er eisini tungt og torført, og eg haldi, at eg kann loyva mær at siga, at sjálvt tann mest filosofiski annlagdi persónurin kann hava trupult við akademiskari filosofi. leingist tær eftir føroyum? Heilt erligt, so leingist mær ikki so nógv eftir Føroyum. Mær leingist sjálvandi eftir míni familju og vinum. Hvørji mál hevur tu vónandi nátt um 10 ár? Eg vóni, at eg sum humanistur ikki eri á dagpengum! Haha.. nei tvass. Eg veit ikki, eg stilli ikki so nógv krøv til lívið. Vónandi havi eg fingið eitt starv, sum eg eri glað fyri, og fær mín dagliga dag til at hanga saman. Kanska havi eg víðka familjuna... hvør veit:) Ætlar tu tær at flyta heim aftur? Nei. Jú. Kanska. Tað veit eg slett ikki. Tað er treytað av rættiliga nógvum. Uppá nógvar mátar ikki, og uppá aðrar mátar kanska. • fjølnir september 2010 | 25


BUNDIN MÁLSLINGUR

BUNDIN MÁLSLINGUR

Arthur O. Gudmundsen English University of Aberdeen

A

kademikarar eru veruliga ikki so stívir og keðiligir, sum fólk av og á vilja verða við. Heldur eru teir júst tað øvugta. Enskt professari mín helt seg ikki aftur frá, at drekka saman við næmingunum sínum okkurt hendinga kvøldið. Hann tosar enn lívliga um ta einu ferðina tveir av kvinnuligu næmingum hansara fingu eitt sindur ov nógv niðurum, og gjørdu av at læsa munn. Ein annar lærari, innan bókmentir, var altíð villigur at kjakast fyri síni heldur løgnu sjónarmið, so sum at besta filmatiseraða útgávan av A Christmas Carol hjá Charles Dickens, var tann við Muppets dukkunum. Nei, keðiligir eru akademikarar ikki, men tað er púra satt, at teir eru nakrir serlingar. Tað er tó ikki ringt, at síggja hvaðani umdømi teirra sum turrisligir og keðiligir kemur frá: akademiski mátin at skriva. Mestsum allar akademiskar uppgávur eru skrivaðar á ein ávísan hátt; tær hava eitt endamál at útfylla, fara beint til 26 | fjølnir september 2010

evnið, og minni tíð verður brúkt til undirhaldsvirði av uppgávuni, enn hvørjum fonti hon verður skrivað í. At fáa lesaran áhugaðan í evninum er tað seinasta akademikarin hugsar um. Málbólkurin er aðrir akademikarar. Roynir tú at fáa lív í ein tekst, so sum við samanberingum og tílíkum (til dømis: “Akademiski skrivihátturin er nakað sum innihaldið av eyðkenda Reyða Kuffertinum: sera effektivt og púra lívleyst”), verður tú beinleiðis straffaður fyri hetta. Av og á kann tað tykjast, at alt, sum kann vekja kenslur í lesaranum er strangt verboten. At verða revsaður fyri at brúka alt tað málfrøðin kann bjóða, í einum málsligum fakið, kann tykjast órímiligt, men so er. Tílíkt er ov distraherandi, og her er bert pláss fyri fakta. Tað er ein sera øðrvísi máti at skriva; ein ið ikki líkist nøkrum øðrum. Vanliga verður man lærdur, at tað finnast tríggir mátar at siga okkurt gjøgnum bæði skrift og talu: Patos (at røkka kenslunum hjá lesaranum), Etos

(at vísa lesaranum, at tað tú sigur er moralskt rætt), og Logos (at sannføra lesaran gjøgnum vitið). Akademiskar greinar fara altíð at lýta á Logos, meira enn nakað annað. Endamál teirra er jú kunning fram um alt annað. Patos og Etos eru bannað í akademiska skriviháttinum. Við hesum í huganum, spyr síðani teg sjálva/n hvør tað er, sum fer undir eina málsliga útbúgving. Tað er vanliga tey, ið sjálvi dáma at skriva, men tað er júst her hesir nýggju næmingarnir renna høvdið í múrin. Tá ið onkur sigur, at teimum dáma væl at skriva, meina tey ongantíð við akademiska skriviháttin. Hvat er at dáma? Hann er lívleysur, er ikki ætlaður at undirhalda, hevur eina ørgrynnu av reglum at fylgja, og kreativt frælsi er ein býur í Kina. Málslingar sum fara undir eina málsliga útbúgving, kunnu harvið vænta sær, at næstu mongu árini, fara teir at skriva á ein hátt, sum stendur í andsøgn við alt tað teir elska við máli. Hetta var dilemma mítt, tá ið eg fór undir enskt útbúgving mína. Mál,


BUNDIN MÁLSLINGUR

bókmentir og at skriva er stóri áhugi mín, men kundi eg veruliga halda fram við eini áralangari útbúgving, tá ið mær heilt einfalt ikki dámdi tað eg skrivaði? Vil hetta meðni siga, at ein hægri akademisk útbúgving ikki hóskar teimum, sum dáma at skriva? Als ikki, tí hálvavegin gjøgnum fyrsta lestrarár mítt, kom eg fram til eina niðurstøðu. Eg sá, at tað finnast tveir mátar at læra at skriva: annar er gjøgnum royndir, og hin krevur at tú lærir frá meistarunum. Ein málslig akademisk útbúgving kann hjálpa skrivi eginleikum tínum, á henda seinna

mátan. At greina og lýsa verkini hjá stóru rithøvundunum, gevur tær eina størri vitan um hvussu ein kann skriva, og ger harvið teg sjálvan til ein betri rithøvunda. Upprunaliga dámdi mær onki akademiska skriviháttin. Hvussu kundi eg læra at skriva við tílíkum avmarkingum? Til seinast fataði eg tó meiningina við ørskapinum: at læra frá stóru rithøvundunum gjøgnum tulkingar av verkum teirra, í einum neutralum og objektivum umhvørvið. Tað umhvørvið er akademiski skrivihátturin. Megnar tú tó ikki, sum eg, at skriva ein stíl uttan eina málsliga snildu ella

tvær, so má tað verða harvið, um tú altso ert klár/ur at taka fylgjurnar. Sjálvur minnist eg eina greining av einari ávísari bók, har eg sera nágreiniliga samanbar “løgini av týðingum” við klædna-løgini hjá Inuittum. Frá lærara mínum fekk eg sum aftursvar “I LOL’d”, eftirfylgt av einum smiley, og til seinast eina ávaring, sum segði, at tílíkt ikki hóskar seg í akademiskari skrift, og hvussu hetta tók nøkur stig frá endaliga karakterinum fyri stílin. Hatta eru nøkur minus-stig, sum eg eri stoltur av at vinna, og ein feilur sum fer at verða endurtikin. •

fjølnir september 2010 | 27


DARTH VADER & SOSIALISTARNIR

Darth Vader & Sosialistarnir

28 28 || fjølnir fjølnir september september 2010 2010


DARTH VADER & SOSIALISTARNIR

Regin Berg Politics & International Relations University of Aberdeen Blaðstjóri, Fjølnir

E

dinburgh. Fyri 24 tímum síðani visti eg slett ikki, at eg fór at brúka 400 krónur til at koma hagar, og aðrar hundrað krónur av mínum SU til at sova. Vit trý, tvey føroysk vinfólk og eg, sótu á universitets café’ini, hoyrdu um eina antifasistiska mótmótmælisgongu, og tríggjar tímar seinni vóru vit í tokinum. Eins og aðrastaðni í Evropa, verða rasistar, populistar og meira enn hálvfasistar ein alt størri trupulleiki í Bretlandi. Í mun til aðrastaðni hava tey tó eitt sindur størri trupulleikar við at koma framat valdi og ávirkan. Hvørjaferð tey fara út at gera vart við, at fremmandafólkini skulu burtur, eru tað minst fýra ferðir so nógv fólk, sum renna eftir teimum. Vit vóru so smátt um at vera eini 500 fólk. Tey allarflestu sóu rættiliga alternativ út. Punkarar, gløðandi reyðir sosialistar, anarkistar, og so tey, sum heilt klárt sveimaðu eitt sindur meira, enn restin av okkum. Óvæntað nógv vóru eldri fólk, tó at meirlutin var um tey 20. Aftaná at vit høvdu fingið seðlar, ið greiddu okkum frá, hvat vit skuldu gera, um løgreglan tók okkum, hildu vit avstað, fangaðu eini 1.500 fólk afturat teimum 500, og fóru rópandi móti tí staðnum, ið vit hoyrdu at fasistarnir savnaðust á. fjølnir september 2010 | 29


DARTH VADER & SOSIALISTARNIR

Edinburgh er ein óhugnaliga vakur býur. Søguríkur, dreymakendir bygningar og fantastiskar whisky barrir. Koyr bilarnar burtur, lat teg í onnur klæði og tú er afturi í 1500 talinum. Alt hetta vóru vit ov upptikin til at leggja merki til. Løgreglan royndi at forða okkum í at koma framat fasistunum. Eftir øllum at døma er tað vanligt, at tílíkt endar við samanbrestum. Seinast fasistarnir vóru í Glasgow, høvdu teir t.d. brotið rútar og bukað innflytarar. Vit byrjaðu so smátt at kjakast meðan vit gingu. Fasistarnir hava rætt til at mótmæla. Tey hava rætt til at siga, at fremmand fólk eru blóðsúgvandi 30 | fjølnir september 2010

barbarar, sum eru komin higar at stjala arbeiði, og oyðileggja Bretland. Var tað rætt av okkum at forða teimum? Klassiska mótsvarið er “sjálvandi”. Vit hava rætt til okkara meining og tey til sína. Men tað var yvirhøvur ikki tað vit vildu vísa. Við okkara gongu trýstu vit tey burtur. Vit royndu at forða teimum í at koma útum, vit søgdu tey ikki vóru vælkomin og vit vildu heilt einfalt ikki hava tílíkar fordómsfullar idiotar, til at dálka okkara heim. Vit vóru úti á gøtunum fyri at forða teimum í at brúka teirra fólkaræðisligu rættindi, og vit vóru og eru stolt av tí.

Eg hamraði høvdið inn í ein lyktapela. Vit høvdu gingið í einar 30 minuttir, og kjakið var blivið so heitt, at eg ikki sá lyktapelan. Hvør í himmalsins navni setir eisini ein lyktapela mitt í gongubreytina? Tá vit (og tey kring okkum) vóru liðug at flenna, nærkaðust vit fasistunum. Tey vóru inni í eini pub, eini 80 av teimum, og løgreglan gjørdi ein múr frammanfyri okkum. Minst 100 løgreglufólk vóru millum okkum og pubbina, vit róptu, sungu og kjakaðust. Vit vilja verja okkara heimsmynd. Vit nokta at góðtaka, at onnur fólk hava eina aðra fatan. Sjálvandi, tey kunnu hava eina aðra fatan, men teirra fatan


DARTH VADER & SOSIALISTARNIR

skal ikki ávirka mína. Eg vil hava frælsi, eg vil hava, at øll vera góðtikin, og eg vil hava at fordómar og sjálvfeitir evropear halda munn. Eg goymi fasistarnar burtur, nokti teimum at koma út á gøturnar, og gloymi at tey eru til. Um tey koma út, so reki eg tey burtur, meðan eg leggi tollyndið tilsíðis. Vit fóru í tveir bólkar. Helvtin varð verandi, restin skundaði sær yvir á hina síðuna av løgreglumúrinum, gjøgnum síðugøtur, fyri at koma so nær at fasistunum sum gjørligt, og

tryggja sær at tey vóru innistongd. Hinumegin vóru onnur hundrað løgreglufólk. Vit sungu og róptu í meira enn ein tíma. Tað er hvørki lógligt, tollynt ella fólkaræðisligt at forða fasistunum í at siga teirra meining. Men eg trúgvi, at tað er rætt. Tollyndi riggar barar, tá eingin hóttir tað. Um onkur tilvitað roynir at fáa fólk til at rópa hvør eftir øðrum, roynir at byggja múrar heldur enn brýr og roynir at reka ein minniluta burtur, so frásiga tey sær rættin til tollyndi. Hvørt tað eru fasistar, óneyðugar tekningar

ella órættvísar lógir, kann gera tað sama. Vit skulu og mugu berjast ímóti, tí har er altíð onkur, sum vil berjast fyri tí. Tónarnir frá The Imperial March hjá Darth Vader dundra frá sosialistunum, meðan 200 løgreglufólk fara trampandi niðan til fasistarnar. Løtu seinni skumpar ein múrur av løgreglufólki okkum til viks. Longri niðri síggja vit aðrar sosialistar, sum eisini syngja og rópa. Alt í alt vóru 900 løgreglufólk í økinum, ein persónur varð handtikin – og eingin fasistur slapp út at marsjera. • fjølnir september 2010 | 31


ULLINT VALLUTØKA

ULLINT VALLUT

Rannvá Clementsen BA Jura Københavns Universitet

P

ína sum tað regnar illa! Standi og kroki í busskýlinum við Christiansborg og bíði eftir 1A - Mildritíð er, og blikkassin á 6 hjólum, ið hvønn dag fraktar meg heim, er seinkaður.

32 | fjølnir september 2010

Standi og líti niðan á Borgina. Man tað verða turt har inni, ella ganga bylgjurnar brattar? Grá og køvislig sær hon út - líkist í øllum førum ikki nøkrum demokratiskum valdssentrið. Ella er tað nettup soleiðis Vald sær

út, ella er hesin múrsteinskassin tað, ið hendir, tá demokratiið møtir realistiska gerandisdegnum? Líkamikið - eg havi í øllum førum onga ávirkan á tað sokallaða demokratiið, ið har fer fram. Ella hvat? Eri í góðum lag-


ULLINT VALLUTØKA

TØKA

seinnapartsfyrilesturin er avlýstur - so eg loyvi mær at standa og smáfilosofera í regninum. Sum lesandi búsitandi í Danmark havi eg kanska enn meira ávirkan á demokratiið, enn miðal heimsborgarin. Havi bæði atkvøðurætt til Fólkating, við donskum politikarum, og Løgting. Demokratisk dupultkonfekt hugsi eg við mær sjálvari, og smáflenni eftir mínum heldur speiskliga kretiviteti her í áðarførinum. Men smílið broytist skjótt til eitt spyrjandi eygnabrá, tí hvussu harmonerar hendan dupultkonfektin við míni fatan av demokrati’num? Er tað rætt, at eg sleppi at atkvøða tvinnar ferðir? Grundarlagið undir eini demokratiskari atkvøðugreiðslu er nettup, at hvør einstakur veljari bert hevur eina atkvøðu. Men hvat nú, um ein hevur tilknýtið til tvey ymisk demokrati og tískil tvær demokratiskar atkvøðugreiðslur? Er tað so í lagi at atkvøða báða staðni, og um so er, hvar gongur markið fyri, hvussu nógvum

ymiskum demokrati’um ein kann vera partur av? Kanska hevur demokratiið einki mark, hugsi eg við mær sjálvari og knappi frakkan heilt upp undir øs í eini veikari roynd at verja meg fyri regndropunum. Hinvegin er ein atkvøðugreiðsla sjálv ímyndin av demokrati’num. Um eg havi møguleikan, er tað so ikki mín borgarliga skylda at luttaka, og soleiðis styrkja og varðveita demokratiið? Líka veit eg - síggi bussin koma um hornið, endiliga! Eg risti moralska dilemmaði av mær og sleppi mær kvikliga uppí bussin. Sneiði mær varisliga fram við barnavognum og eldri fólki við spískum hálvupplatnum regnskjólum. Vard fyri regninum og moralskum timburmonnum leni eg meg aftur á í setrinum. Gott at koma inn úr regninum. Hóast eg eri búsitandi í Keypmannahavn dusi eg mær í andliga, føroyska eyðkennisbúnanum: Ullint líkasæla innast- og út yvir havi eg skiftandi og tilvitað snævurskygni til hóskandi høvi. •

Goymir tú eisini moralin til seinni? Soleiðis gert tú:

Fyri at atkvøða til løgtingsval, skalt tú verða upptikin á løgtingsvallista í tí kommununi í Føroyum, ið tú seinast hevði bústað í. Umsókn til tílíka upptøku fæst á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum undir breddanum “kunningartilfar” og síðan “oyðubløð”, sí leinkju niðanfyri.

http://bit.ly/dcxcCI

fjølnir september 2010 | 33


4

FÝRA FILMAR TIL TEY IÐ, LESA SÁLARFRØÐI

FILMAR TIL TEY IÐ, LESA SÁLARFRØÐI Andrias Høgenni Miðlavísind Syddansk Universitet

memento (2000) Leonard (Guy Pearce) hevur onki stutttíðarminnið. Hetta ger, at hann gloymur alt hann júst hevur gjørt aftaná nakrar fáar minuttir. Tað einasta hann minnist er, at kona hansara er dripin og drápsmaðurin enn er leysur. Hetta er nakað so sjáldsamt sum ein fyrsti persóns filmur. Vit eru alla tíðina í sjónarhorninum hjá Leonard. Aftaná eina hending “spola” vit aftur til tað ið hendi beint áðrenn. Fyrst ímóti endanum byrja vit at petta eina heildarmynd saman. Men kunnu vit tað? Óvissan er altíð til staðar.

34 | fjølnir september 2010


FÝRA FILMAR TIL TEY IÐ, LESA SÁLARFRØÐI

kærlighedens smerte (1992) Kirsten (Anne Louise Hassing) er um at gerast studentur og er forelska í flokslæraran hjá sær (Søren Østergaard). Hann fer frá konu og familju fyri at flyta saman við henni. Tíanverri er sinnið hjá Kirsten viðbrekið og tá hon gerst við barn, fær hon tunglyndi við álvarsomum avleiðingum.

antichrist (2009) Ein ónevndur sálarfrøðingur (Wilhelm Dafoe) og kona hansara (Charlotte Gainsbourg) missa teirra lítla son í eini vanlukku. Fyri at koma ígjøgnum sorgina, ferðast tey út í skógina til teirra summarhús. Har koma tey spakuliga frammat nøkrum loynidómum. Kanska er heimurin óndari enn ein skuldi hildið.

my best fiend (1999) Klaus Kinski var ein týskur sjónleikari ið var ófantaliga ringur at samstarva við. Í hesum fína dokumentarinum fortelur týski leikstjórin Werner Herzog um tær fimm ferðirnar hann arbeiddi saman við Kinski. T.d. greiður Herzog frá, at hann einaferð mátti beinleiðis hótta Kinski við eini byrsu, fyri at fáa skil á hann.

Kærlighedens Smerte var filmurin danski leikstjórin Nils Malmros gjørdi beint áðrenn hann fór í hálvt við føroyska filmin Barbara (1997). Ímun til nógvar aðrir filmar um tunglyndi, so hevur Kærlighedens Smerte ikki nógv uttanum tos. Kameraðið fer ongantíð ov langt burtur frá Kirsten og hennara andliti. Á hendan hátt verður áskoðarin greiður um, at hann er vitni til nakað ræðuligt. Eitt menniskja ið spakuliga brotnar.

Sálarfrøðingurin velur at projektera sína sorg yvirá sína konu og pilkar hana sundur petti fyri petti. Konan svarar síðani aftur við at gera ting ið ikki kunnu skrivast í hesum ritinum. Lars von Trier cementerar sín status sum enfant terrible enn einaferð við hesum filminum. Eitt groteskt meistaraverk.

My Best Fiend er eitt innlit í ein sera torskildan persón. Hann kundi ýla so hart og leingi, at froði stóð úr munninum hjá honum. Samstundis kundi hann eisini vera heimsins fittasti maður og var altíð høviskur mótvegis djórum. Um hann var sálarliga sjúku er óvist, men søgan er kortini spennandi. Sjálvt um Kinski uttan iva hevur verið av ringastu monnum, so fáa vit á ein løgnan hátt samkenslu við honum og fólkini rundanum hann.

fjølnir september 2010 | 35


ÚR SKJÁTTUNI: ÁRSFRÁGREIÐING Í FJØLNI 1967

Úr Skjáttuni

1967

ÁRSFRÁGREIÐING Í FJØLNI NR 1 Í NOVEMBUR 1967. 3. ÁRGANGUR LESTRARMÁL Ráðið hevur tjakast um núgaldandi skúlaskipanina í Føroyum. Víst var á tey brek, føroyski skúlin hevur, og vóru menn á einum máli um tann stóra týdning, tað hevur, at skipanin verður broytt, so at skúlin gerst meiri hóskandi til føroyska samfelagið, soleiðis at børn verða uppald samsvarandi teimum lívskorum og tí fólkamentan, ið er serstøk fyri ta føroyska samfelagið – og ikki sum nú einamest samsvarandi danska samfelagnum. Til kannan av hesum máli hevur nevndin sum tað fyrsta stigið sett sær fyri at kanna íslendsku skúlaskipanina – og hvussu hon var áðrenn og aftaná 1944, og hvussu hon er í dag. Nevndin hevur havt samband við SHI um hetta, og hava vit fingið eina rúgvu av tilfari frá teimum. Ein sernevnd skal fáa hetta tilfar at kanna, og út frá hesum skulu síðan setast fram møgulig broytingaruppskot um føroysku skúlaskipanina, uttan ella við lógarbroytingum. Konkret samstarv við Fróðskaparsetrið hevur nú tikið seg upp. Setrið hevur í samstarvi við MFS skipað fyri eini 36 | fjølnir september 2010

innsavning av føroyskum fornlutum, fólkaminnum o.ø. 4 MFS limir hava í ein mánað í summar gjørt hetta innsavningararbeiðið, og hava teir fingið sera nógv burtur úr tí. Haldast skal fram við hesum arbeiði næsta summar. Tað røkist eisini fyri, at tað nú kunnu gerast serkanningar í Føroyum á øðrum økjum enn áðurnevnda. Nevndin hevur havt samband við Setrið um hetta. Í fremstu røð eru studentar, ið lesa náttúruvísind, serstakliga jarð-, landa-, plantu- og djórafrøði, ið talan er um. Ætlanin er, at nakrir av hesum komandi summar í samstarv við ávísan setursmann skulu fáast við eitthvørt arbeiði hesum øki viðvíkjandi. Vit hava ikki hoyrt gjøllari um hetta enn, men er áhugin millum ávarandi studentar til staðar, er einki at ivast í, at hetta tiltak fer at vera sera gagnsligt. MFS hevur í umbúna at skipa limirnar í fakbólkar. Fróðskaparsetrið stuðlar hesi ætlan okkara, tí best hevði verið, um tað samstarvið, ið á tí reint fakliga økinum skal taka seg upp, kann verða umsitið beinleiðis gjøgnum formenninar í

slíkum fakbólkum. Á henda hátt kundu óivað so við og við fingist til vega møguleikar fyri serkanningum eisini innan tað búskaparliga-, samfelagsliga og kanska eisini læknafrøðisliga økið. Hetta er eitt mál, ið komandi áð og nevnd eiga at taka upp gjøgnum samstarv við Setrið. Nevndin hevur eftir førimuni virkað fyri øktum lestrarmøguleikum uttan fyri danska ríkið. Tað er eyðsæð, at sjónarringur lesandi okkara verður munandi øktur, fáa teir líkindi til at lesa aðrastaðni enn í Danmark. Ein serstakan týdning hevur uttanríkislesnaðurin sjálvsagt fyri menn, ið ætla sær undir at lesa mál. Higartil hava møguleikarnir ikki veirð stórir hjá føroyskum studentum at lesa uttan fyri danska ríkið. Høvuðsatvoldirnar til hetta eru lutvís, at tað ræður óvissa vðivíkjandi spurningum, um prógv tikin uttanríkis eru galdandi í Føroyum, og lutvís, at føroyingar uttanríkis verða illa fyri ífggjarliga, av tí at studningsskipan aðra landa ikki heimilar føroyingum nakran


ÚR SKJÁTTUNI: ÁRSFRÁGREIÐING Í FJØLNI 1967

stuðul, samstundis sum teir ikki hava kunnað væntað sær týðandi stuðul frá føroysku mynduleikunum. Nevndin hevur tikið hesar spurningar upp. Til tess at kanna, hvussu fyrri spurningurin verður greiddur í øðrum londum, hevur MFS m.a. Biðið norska studentameginfelagið um at upplýsa okkum, hvussu ið vorðið er við møguleikunum hjá norskum studentum, ið hava lisið uttanlands, at fáa starv í Noregi. (Tað skal viðmerkjast, at tað eru heilt nógvir norskir studentar, ið lesa uttanlands.) Norðmenn svaraðu, at eingir trupulleikar vóru, um avvarðandi studentar bert høvdu fingið útbúgving teirra við góðkendan lærustovn. Í Noregi tykist støðan sostatt at vera rættiliga greið. - Landsstýri okkara heldur kortini, at málið er so nýtt, at MFS sjálvt má kanna tað. MFS hevur roynt at bøta um fíggjarligu umstøðuna hjá teimum, ið lesa uttanlands. Tá ið nevndin heitti á landsstýrið til tess at fáa styrkin til lærdan lestur hækkaðan, so var tað einamest við tí í huga at hava meira pening at veita uttanríkislesandi. Nevndin hevði henda spurning til umrøðu á fundi við løgmanni í juli mánað, og vísti á, at tað principp nú er almannagaldandi millum onnur lond, at tey fíggja lestur studenta teirra, hvar teir enn lesa. Samstundis varð víst á tað demokratiska í tí, at ein studentur sjálvur kundi sleppa at gera av, hvar hann vil lesa, uttan at tarnast av fíggjarligum bondum, - og tá serliga, tá ið tað snýr seg um lestrargreinir, ið hann ikki hevur nakran møguleika at lesa í heimlandi sínum. Løgmaður gjørdist samdur við okkum um, at tað bert var rímiligt og

rætt, at lesandi uttanríkis áttu at fáa eins nógvan studning og teir høvdu fingið frá donskum og føroyskum mynduleikum tilsamans, um teir lósu í Danmark. SOCIALMÁL Sociologiska kanningin man vera eii hitt tvørligasta málið, ið MFS higartil hevur tikist við. Kanningin hevur kostað 18.000 kr., og høvdu vit væntað okkum úrslitið av henni fyri meira enn einum árið síðani. Illa hevur gingist við at fáa tað, og hevur gingið á kroppin á avvarðandi fólkum tíðliga og seint, við skrivligum og munnligum samráðingum, góðsliga og illsliga, hava vit nú við neyð og deyð fingið ein part av kanningini. Høvuðsatvoldin til allar trupulleikarnar man vera, at tann avtala, ið MFS í sínari tíð gjørdi við Institut for Organisation og Arbejdssociologi, var rættiliga leys. Á fundi 14. juni komu MFS og instituttið ásamt um, hvussu spurningurin skal greiðast: MFS skal ikki gjalda meira fyri kanningina – heldur ikki fyri rapportina hjá Herdis Mortensen. Tað innsavnaða tilfarið skal vera til taks hjá MFS, og ein møgulig endalig tilvirking av tí skal bíða til hin danska kanningin verður heilt liðug. Menn halda ikki, at henda kanningin verður liðug fyrr enn um eini tvey ár. Til tess at leggja føst princippini fyri studningveitan setti ráðið eina sernevnd – báðar Århusmenningar – at arbeiða víðari eftir tí tilfari og við tí grundarlagi, ið fyrra sernevndin um hetta hevði gjørt. Eitt sindur av tilfari er komið afturat; millum annað eitt lógaruppskot, ið ein íslendskur studentur hevur gjørt, ”Frumvarp til laga um námsstyrki og námslán”. Óivað kundu vit – eisini í hesum ári – fingið gagn av at sæð, hvussu íslendingar loysa spurningar, ið

líkjast okkara. Felagsnevndin hevur virkað fyri at fáa landstýrisstudningin hækkaðan. Samráðst hevur verið við landsstýrið um hetta mál. Víst er á, at limatal MFS er vaksið munandi, síðan landsstýrið ásetti styrkin til 60.000kr., samstundis sum peningavirðið er vorðið væl minni seinastu árini. MFS heitti tí á landsstýrið um at hækka styrkin til lærdan lestur frá teimum 60.000kr. Til 100.000kr. Síðani vildu vit hava tær reglur at galda, at styrkurin í framtíðini verður prístalsviðgjørdur og viðgjørdur eftir vøkstri í limatalið MFS. - Nevndin hevur skift orð við løgmann um hetta mál, og tóktist hann samdur við okkum. Vit hava nú fingið upplýst, at landsstýrið hevur skotið upp á komandi fíggjarlóg at hækka studningin til lærdan lestur til 80.000kr. Einki verður sagt um, hví landsstýrið ikki til fulnar hevur gingið okkum á møti. SAMFERÐSLUMÁL Aftaná at MFS hevur tryggjað limunum príslættan heim til Føroya bæði við flogførum og skipum, hevur núsitansi nevnd sent út áheitanir til avvarðandi skipafeløg í Føroyum til tess at fáa í lag eina avsláttarskipan innanoyggja fyri MFS limir. Frá Strandfarskipum landsins hava vit fingið boð um, at limirnir hereftir skulu fáa fría ferð við avvarðandi skipum, tá ið tey sigla í rutu – treytað av at maður hevur goldið limagjald og sostatt kann vísa limakortið á skrivstovunum hjá strandfaraskipum landsins. Hini skipafeløgini hava antin sýtt ella ikki svarað; men hetta man ikki fara at fáa stórvegis týdning, av tí at strandfaraskip landsins sum frásagt tykjast at fara at taka alla sigling innanoyggja. fjølnir september 2010 | 37


ÚR SKJÁTTUNI: ÁRSFRÁGREIÐING Í FJØLNI 1967

MILLUMTJÓÐAMÁL – A. Norrøn studentasamvinna. Meginfelagið er hetta ráðsárið til fulnar vorðið viðurkent av øllum norrønu meginfeløgum, og má hetta metast sum størsta hendingin innan MFS higartil. Hetta er ikki hent uttan nógv stríð frá felagsing síðu. Bæði farnar nevndir og núsitandi hava brúkt stóra orku til tess at vissa hini norrønu feløgini um, at MFS hevur uppiborið viðurkenning. Tríggir lutir kunnu sigast at vera høvuðsatvoldin til viðurkenningina: 1) Tann nágreina upplýsing um Føroyar og MFS, ið MFS hevur givið avvarðandi feløgum, m.a. Gjøgnum ”message”. 2) Tað at MFS hevur rikið eina greiða tjóðskaparliga støðu; t.e. Hevur sett sær sum mál at virka fyri, at Føroyar fáa fult politiskt, búskaparligt og mentunarligt frælsi og sostatt uppfatar núverandi stjórnarstøðuna sum eitt stig úr fortíðini inn í framtíðina, og 3) persónligar kontaktir við head-menninar í hinum norrønu feløgunum. Viðurkenningin hevur ført við sær fleiri fyrimunir. Fyrst er at nevna, at tað nú er sjálvsagdur lutur MFS at luttaka á norrønu formannafundunum. Á norrønu formannafundunum í Reykjavík nov. 66 luttók formaður MFS. Á fundinum í ár í Køge luttók MFS við trimum monnum. - Umframt tann praktiska týdningin, ið hesir fundir hava, hava teir eisini alstóran týdning sum sambindingarlið millum norrønu meginfeløgini – persónligar kontaktir o.a. MFS heuvr seinasta hálva árði fingið einar 15 innbjóðingar av ymsum slag frá hinum norrønu meginfeløgunum. Fleiri av hesum innbjóðingum eru av avgjørdum áhuga fyri MFS, m.a. Allar árskongressirnar. Har kunnu 38 | fjølnir september 2010

vit av hinum meginfeløgunum læra, hvussu teir fara undir mál, ið teir skulu greiða, og annars geva gætur hvussu teir halda fundir. Tað átti avgjørt eisini at verði av áhuga hjá okkum at luttikið í ymsum øðrum kongressum, t.d. Um lestrarmøguleikarnar hjá okkum í øðrum norrønum londum. MFS hevur tíverri bert kunnað tikið av í einum føri. Tað var innbjóðing til internationaltskoleseminar, har Jóan Pauli Poulsen luttók fyri MFS. Ætlanin var eisini, at MFS skulu luttaka á konferensuni hjá NSU, Nordiske studenters studiemuligheder i andre nordiske land, men maðurin, ið vit høvdu ætlað at senda, boðaði tíverri í síðstu løtu frá, at hann ikki kundi fara kortini, og varð luttøkan tí av ongum. Annars er at siga, at MFS ikki til muns hevur møguleikar at luttaka á slíkum konferensum, seminarum og kongressum – orsakað av peningatroti. Til tess at bøta um hendan trupulleikan vendi nevndin sær til landsstýrið um at fáa sett árliga studningin til felagið frá 3000kr. Upp til 7000kr. Skjótast gjørligt. Eitt serstakt samstarv tók seg upp við SHI í 1965. Hetta samstarv heldur áfram. Ein íslendingur var á lestrarferð á Setrinum ein mánað í heyst, og var hann væl nøgdur við úrslitið. Hetta var eitt úrslit av eini áheitan frá MFS til Setrið. Á formannafundinum í Reykjavík seinasta heyst hevði formaður MFS ein fund við SHI m.a. Um studentaskifti, og bað MFS SHI um at virka fyri, at ein føroyskur studentur kundi koma lestrarferð til Háskóla Islands undir somu treytum sum hin íslendski studenturin til Setrið. Boð eru komin frá SHI um hetta, og greiddu teir frá, at teir eftir samráðingum við Háskóla Islands kundu bjóðað einum føroyskum

studenti til námsdvalar við háskúlan í heyst í ein mánað. Sami mðaur skuldi so eisini fáa 6000 íls. kr. í studningi fyri tíðarskeiðið, og fær hann innivist á Studentagarðinum í rúmi serstakliga ætlað føroyskum studenti. Sostatt er studentaskifti fingið í lag. – B. Um upptøkuroyndir í ISC. MFS sendi inn umsókn um upptøku í ISC til seinasta sup. Com. Fund. Hetta er ikki fyrstu ferð, vit royna hetta. Heldur ikki hesu ferð varð úrslitið positivt. Bert sviar og Costa Rica atkvøddu fyri, meðan trý lond atkvøddu ímóti og hini ikki atkvøddu. MFS-umsóknin varð ikki nevnd serstakt á fundarskránni, og luttakararnir vistu einki um MFS, hóast vit høvdu sent teimum meginfeløgum, ið sótu í sup. Com., ”message” í góðari tíð. Spurningurin er so, um vit skulu søkja upptøku í ISC einaferð enn. Tað kann tykjast rættiliga vónleyst, nú vit so ofta hava fingið krakk, men her eru tveir lutir, ið vit eiga at leggja okkum í geyma: Annar, at royndir okkara at koma í norrøna samvinnu sýntust okkum eins vónleysar og hesar. Kortini endaði tað við, at vit vórðu viðurkendir. Hin luturin er, at hini norðanlondini ún tykjast fús at berjast fyri okkum í viðurkenningarspurninginum, samanber fundarsamtyktina um hetta á seinasta NFF. Nú vil onkur kanska halda, at tað er blóðskeivt av okkum at søkja limaskap í ISC aftan á hina mikið umrøddu CIA-gøluna. Hetta er tó framvegis eitt ivamál. Í øllum førum www.cia-on-campus.org/nsa/nsa.html


ÚR SKJÁTTUNI: ÁRSFRÁGREIÐING Í FJØLNI 1967

eiga vit at bíða eftir frágreiðingini frá kanningarnevndini, ið sett varð at kanna hetta mál. Vit eiga eisini at samráðast við hini norrønu meginfeløgini um hetta mál á NFF 24.-26. novembur. Núsitandi nevnd heldur, at vit – sum nú er – eiga at søkja um upptøku í ISC einaferð enn. Venda vit ISC bakið, er vandi fyri, at vit, um vit so fara at gera royndir at koma upp í IUS, koma at fáa sama knossið við IUS, sum vit hava havt við ISC. Annars kann nevnast, at MFS kemur í samband við eina IUS.sendinevnd, ið vitjar norðanlond seinast í oktobur. Her kunnu vit so nýta høvi til at tosa um upptøku- og associeringstreytir har. INNANFELAGSMÁL Atkvøðugreiðsla um lógarbroytingar fór fram í summar. Broytingaruppskot ráðsins varð samtykt við bert einari atkvøðu ímóti. Týdningarmesta broytingin er, at nevndin verður skipað við formanni, skrivara og skattameistara – móti fyrr formanni, næstformanni og skrivara. Eftir gomlu lógini varð

arbeiðsbýtið sera órættvíst, at tí at skrivarin tá kom at vera bæði skrivari og skattameistari. Hetta er so broytt nú. Skrivstovuhøli er fingið til vega, men er hetta so lítið, at ivasamt er, um hetta fer at kunna nýtast í longdini. - Sanniliga høvdu eini føroysk hús verið tøk! Ein limafundur varð skipaður 28. septembur til tess at geva limunum høvi til at tjakast við nenvdina um ymsar MFS-spurningar. Hetta er eingin fastur táttur í virki felagsing, men metta vit at tað vera av týdningi ikki minst til tess at síggja, hvussu áhugi limanna er fyri felagnum. Pisan kom í vár. Hon var vaksin til tað dupulta, síðan vit sóu hana seinast. Hon var send bæði teimum, ið gjørdust pisur og teimum, ið gingu í II g. Avgjørt er, at hon skal koma út annaðhvørt ár. Fjølnir skiftir nú blaðstjórn. Eftir at Arni Olaffson og Róland Høgnesen hava havt blaðið um hendur í tvey ár, hava teir nú lagt frá sær. Nevndin takkar teimum fyri dygdargott arbeiði. Nýggja blaðstjórnarnir verða Hanus Andreassen og Rólant D. Jacobsen.

Í síni heild má hetta ráðsárið sigast at hava verið eitt av teimum góðu. Samstarv við Setrið hevur tikið seg upp, styrkurin til limirnar og felagið verður hækkaður, avsáttaðskipan við 100% er tryggjað limum felagsins á flestu sjórutum heima í Føroyum, og MFS er viðurkent av øllum teimum norrønu meginfeløgunum. Tað er bert eitt, ið kanska kundi verið at fýlst á: Áhugi limanna kundi verið størri. Tað er vón okkara, at tað kortini eru nógv góð fólk, ið eru fús at taka við, tá ið hetta ráðið fer frá – Hetta er av stórum ýdningi, tí nú tykist rættulig gongd at vera komin á tey áhugaverdu økini í starvi MFS, og tað eru nú fleiri møguleikar enn nakrantíð fyrr fyri at MFS-arbeiði verður enn meira áhugavert enn higartil – og ikki bert áhugavert, men eisini týdningarmikið. Tí høvuðstátturin í øllum starvi MFS er at koma tí syndarligu isolatión og provinsialismu til lívs, ið tíverri framvegis í so stórt mát valdar millum føroyingar. • Nevndarinnar vegna Høgni Debes Joensen

fjølnir september 2010 | 39


Venligst levér til / Kindly deliver to:

Afsender / Sender:

J.C.Svabos gøtu 14 FO-100 Tórshavn Færøerne / Faroe Islands

MFS.FO/FJOLNIR

Fjølnir árg. 26 - nummar 01 (2010)  

Hettar er talgilda útgávan av Fjølnir, árgangur 26, nummar 01 (2010)

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you