Issuu on Google+

Meginfelag Føroyskra Studenta

FJØLNIR Árgangur 25 - 1. útgáva - februar 2009

MFS anno 2008 síða 4

Summarskúli í Prag síða 6 Heimsspeki í Leeds síða 9 1

Fjølnir februar 2009


Gevið Setrinum neyðugu játtanina Tá staðfest var, at stórar skerjingar vóru á játtanini til Setrið, sendi MFS hetta mótmælisskriv út: Góðu landsstýri, løgting – samgonga, andstøða. MFS vil við hesum inniliga heita á tykkum um ikki at skerja fíggingina til Fróðskaparsetur Føroya.

Vit mótmæla av tí allar harðasta, at politikararnir eitt nú velja at: •

Skerjingarnar fara at hava katastrofalar avleiðingar fyri virksemið á Setrinum og eru als ikki í tráð við samgonguskjalið, sum sigur seg vilja raðfesta útbúgving og gransking. Vit kunnu ikki góðtaka, at núverandi játtan verður mett at vera nøktandi fyri raksturin á Setrinum.

Veruleikin verður, at virksemið á Fróðskaparsetri Føroya verður skert munandi. Uttan mun til um skerjingarnar fara at raka allar útbúgvingarnar á Setrinum, ella at ein deild verður avtikin, so verða avleiðingarnar katastrofalar.

Skerjingarupphæddin er so stór, at hóast t.d. øll søgu-og samfelagsdeildin verður niðurløgd, munar tað ikki nóg mikið. Gerst hetta veruleiki, verður eingin upptøka til stjórnmálafrøði og søgu komandi heyst og hugsast kann, at lesandi á deildini mugu fara uttanlands at gera sína útbúgving lidna.

lata søgu- og samfelagsdeildina reka fyri vág og vind. leggja niður í øllum førum 9 størv, sum Setrið við bit og slit hevur fingið sett. Millum hesar uppsagnir koma óivað at verða nógv høgt kvalifiserað og eisini útlendsk vísindafólk, sum hava verið ígjøgnum eina tunga metingartilgongd. Skulu tey sigast upp, er tað skaðiligt fyri alt umdømi okkara. niðurleggja útbúgvingina Master í lóg ella avtaka útbúgvingarnar í samfelagsfrøði, sum eru tær best umtóktu á Setrinum, tá tað ræður um umsøkjarar.

Góðu politikarar; við hesari skerjing hava tit valt, at føroyski ungdómurin ikki skal hava góðar møguleikar at taka ein útbúgving í Føroyum. Tit velja at senda ungdómin av landinum. Tit velja at niðurprioritera vitan og gransking. Tit velja at vísa, at Føroyar eru eitt samfelag við óstøðugari politiskari leiðslu, tí hetta var ikki tað, sum var lovað Setrinum fyri hálvum ári síðan. Tit velja ikki at raðfesta føroyska lógargransking og lógarmenning.

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Århus (Áarstova) Skrivstovan er afturlatin, men MFS kann røkkast á: Far.: (+45) 50 46 77 36

Fjølnir februar 2009

Far.: (+45) 50 46 77 35

2

BLAÐSTJÓRN Gunnhild D. Niclasen (forkvinna) Kate Hammer (blaðstjóri) Jógvan R. Simonsen Bennvør Ferjá Eyvindsson Cecilia Poulsen Jógvan Svabo Samuelsen (uppseting)

Saman við okkum røkkur tú longri

PRENT Vester Kopi, KBH.

3

Fjølnir februar 2009


MFS anno 2008

frá at vera næmingur á miðnámi til at fara undir hægri lesnað – praktiskum, fíggjarligum og sosialum viðurskiftum. Eik greiddi víðari frá fíggjarviðurskiftum og møguleikunum, sum tey hava at bjóða teimum lesandi. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni greiddi frá, hvat tað vil siga at fara undir hægri lesnað. Eftir framløgurnar varð farið í bólkar, bólkað eftir hvar tú vart sloppin inn at lesa. Umboð úr teimum býnum, har flestu føroyingar fóru at lesa, vóru umboðaðir, so hetta var eitt gott høvi at hitta onnur lesandi, sum annaðhvørt longu lósu ella vóru ávegis. Eik bjóðaði leskiligt ábit og fløguaktuelli Petur Háberg spældi tónleik.

RÚNA JAKOBSEN Her verður tikið samanum, hvat er hent í MFS høpi seinasta árið. Tiltøkini hava ongantíð verið so mong í tali, og fleiri av teimum hava verið merkt av góðum samstarvi við m.o. Føroyingafelagið í Århus, Eik og Altjóða Skrivstovuna. Longu í januar mánaði varð lagt hart út og skipað var fyri tiltaki bæði í Århus og í Keypmannahavn. Tiltøkini vóru ein eftirmeting av løgtingsvalinum í Føroyum, sum var tann 19. januar. Bogi Eliasen var viðmerkjari til bæði tiltøkini og greinaði politiska landslagið í Føroyum eftir løgtingsvalið. Í apríl varð aftur skipað fyri tiltaki í Føroyahúsinum. Nógv umrødda PISA-kanningin, hvørs úrslit gav mongum ein skelk, varð løgd fram. Flóvin Eidesgaard, sum var við til at gera føroysku PISA-kanningina, hevði eina framløgu og gjørdi viðmerkingar til kanningarúrslitið.

skipað fyri lestrarstevnu. Rex var karmur um Lestrarstevnuna hesa ferð, sum bar heitið “Førdi lestrarpolitikkurin í Føroyum í dag”. Tiltakið var fríggjakvøldið undan Ólavsøku og var væl vitjað. At byrja við vórðu tvær kanningar lagdar fram. Tann fyrra var kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum, sum er gjørd millum føroyskar útisetar í Danmark, Silja á Borg og Leivur Persson løgdu hana fram. Seinna ein kanning, sum Jacob Mouritz Olsen hevur gjørt í samstarvi við Stuðulstovnin. Jógvan á Lakjuni legði hana fram. Báðar kanningarnar varpa ljós á, at so fáir føroyingar flyta heim aftur til Føroyar eftir loknan lesnað uttanlands. Eftir framløgurnar av kanningunum høvdu umboð úr samgonguni og andstøðuni, sum vóru Magni Laksafoss, Eyðgunn Samuelsen og Sjúrður Skaale, eitt lítið upplegg hvør og góvu sítt boð um, hvørjar orsøkirnar eru til hesa gongdina, og um nóg mikið verður gjørt fyri at venda gongdini. Jón Brian Hvidtfeldt stýrdi kjakinum. Í steðginum undirhelt Jákup Veyhe og Finnur Jensen spældi.

Á øðrum hvørjum ári verður skipað fyri stórum tiltaki á Christiansborg. Tiltakið verður skipað í samstarvi við Norðuratlantsbólkin og AVALAK, sum er felag teirra grønlendsku lesandi í Danmark. Heitið á tiltakinum hesa ferð, 11. apríl, var “Farvæl til blokkstuðulin – og hvat so? Tiltakið á Christiansborg er eitt gott høvi hjá føroyskum og grønlendskum lesandi at hittast og kjakast um serligu umstøðurnar hjá Føroyum og Grønlandi. Kendir politikarar hava framløgur, og luttakararnir hava høvi at seta teimum spurningar. Fyri at tryggja góða luttøku verður vanliga skipað fyri busskoyring úr Ålborg, Århus og Odense. Um kvøldið er veitsla, og í fjør var hon hildin í grønlendska húsinum í Keypmannahavn. Við grønlendskum trummudansi og øðrum undirhaldi eydnaðist veitslan sera væl. “At flyta heim aftur” var heitið á temakvøldi, sum varð skipað fyri í mai mánaði. MFS skipaði saman við Eik fyri tiltakinum á Norðuratlantsbrygguni í Keypmannahavn. Fólk frá Eik greiddu m.a. frá bústaðarviðuskiftum í Føroyum, arbeiðsmarknaðinum og ansingarviðurskiftum – útrokningum og fígging – bíðilistum og prísum og starvsmøguleikum hjá Eik. Heimafturkomin føroyingur hugleiddi um viðurskiftini í Føroyum, og eftir framløgurnar spældi Høgni Lisberg.

Bara stuttar tvær vikur seinni vóru Pisudagarnir á skránni. Av tí at undirtøkan var so mikið góð undanfarna ár, varð skipað fyri tveimum Pisudøgum hesa ferð. Í tøttum samstarvi við Altjóða Skrivstovuna og Eik vórðu dagarnir lagdir 5. august í Saltangará og 6. august í Havn, bæði tiltøkini í deildum hjá Eik. Tiltakið er ein møguleiki hjá øllum teimum, ið fara undir hægri lestur at verða kunnað um viðurskifti, sum standa teimum fyri framman. MFS greiddi frá skiftinum

Um summarið, tá tey flestu føroysku lesandi eru heima í summarfrí, verður vanliga Fjølnir februar 2009

4

Árliga ræstkjøtaveitslan í Århus er vorðin ein fastur og týðandi táttur í virkseminum hjá Føroyingafelagnum í Århus. Veitslan var 15. november og umframt góðum røstum kjøti, varð borðreitt við súpan og mandlurísi. Undir borðhaldinum var felagssangur og undirhald, og Heri á Rógvi var veitslustjóri. Eftir borðhaldið spældi vælumtókti suðuroyabólkurin Revival til dans. Veitslan er eitt frálíkt høvi hjá føroyskum útisetum at koma saman. Nevndin í Aberdeen skipaði 21. november fyri tiltakinum ”Førleiki í Útlegd”. Í sambandi við eina verkætlan við sama navni varð lagt upp til orðaskifti, sum kundi geva ábendingar um, hvørja fatan lesandi og útisetar hava av føroyska vinnulívinum og samfelagnum. Tiltakið var á einum Hilton hotelli í Aberdeen. Áki Johansen, sendifólk í London, bjóðaði vælkomin, og Rógvi Absalonsen greiddi frá verkætlanini, sum snýr seg um samleikar, hugburðar og framtíðarætlanir hjá føroyskum lesandi og útisetum í Bretlandi. Harafturat greiddi Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum frá, hvat vinnulívið í Føroyum hevur at bjóða.

Eins og undanfarnu ár var MFS, saman við Altjóða Skrivstovuni og Lestrarvegleiðarafelagn um o.ø., við til at fyriskipa Markleys Útbúgving. Tiltakið er fyrst og fremst fyri næmingar í seinastu flokkunum í miðnámsskúlunum og er somuleiðis partur av teirra skúlagongd. Umboð frá útbúgvingarstovnum um allan heimin luttaka, og við framløgum og básum verður varpað ljós á teir mongu ókendu valmøguleikarnar sum eru bæði í Føroyum og uttanlands. Um kvøldið høvdu onnur áhugað møguleika at vitja tiltakið.

Í desember varð skipað fyri jólakonsert við Magna Christiansen í Áarstovu í Århus. Umframt sangir av nýútkomnu fløgu síni spældi fólkakæri countrysangarin jólaløg, og eplaskivur og gløgg vóru at fáa.

Sum nakað nýtt skipaði Bitland í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og SamVit fyri JobMatch. Stevnan var á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 26. og 27. september. Tiltakið kann sigast at vera partur av rákinum at fáa fleiri føroyingar at flyta heim eftir lidna útbúgving. Føroyskar fyritøkur og stovnar bjóðaðu seg fram og vístu á teirra arbeiðsmøguleikar. Luttakararnir høvdu møguleika at tekna seg til eitt prát við fyritøkurnar og stovnarnar, sum vórðu umboðað. Harumframt vóru viðkomandi framløgur, m.a. hevði MFS eina framløgu.

Seinasta tiltakið í 2008 var aðalfundurin. Fundurin var hildin á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum eins og undanfarna ár, og nýtt ráð varð mannað. Eftir at nýggja ráðið hevði skipað seg, høvdu vit saman við fráfarandi ráðslimunum ein lítlan jólafrokost. Umframt at skipa fyri sosialum og politiskum tiltøkum arbeiðir MFS fyri at betra umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Føroyum og uttanlands. MFS kunnar somuleiðis næmingar á miðnámi og onnur um teir mongu útbúgvingarmøguleikarna r, sum eru. Stórt arbeiði verður lagt í útgávuna av Pisuni, sum kemur út á hvørjum ári. MFS fer í 2009 framhaldandi at virka fyri betri umstøðum hjá føroyskum lesandi - við sosialum og politiskum tiltøkum, útgávum, og ikki minst við at varpa ljós á okkara fíggjarligu viðurskifti. Tú kanst fylgja við virkseminum hjá MFS á okkara heimasíðu www.mfs.fo. Um tú ikki longu ert limur, kanst tú tekna teg á heimasíðuni og fáa kunning um tiltøk o.a. umvegis teldubræv.

27. september, stutt eftir lestrarbyrjan, varð, í samstarvi við Føroyingafelagið í Århus, skipað fyri pisuveitslu. Tiltakið var í Áarstovu og er serliga ætlað teimum í nýliga eru byrja at lesa har. Finnur Jensen og Høgni Reistrup spældu tónleik. Somuleiðis, sum skipað varð fyri tiltøkum bæði í Århus og í Keypmannahavn eftir løgtingsvalið, varð skipað fyri kommunuvalskvøldi 11. november. Úrslitini frá valinum vórðu víst beinleiðis á stórskíggja. Í Keypmannahavn vóru tað Flóvin Eidesgaard, Petur Martin Hansen, Selma Kristiansen og Stefan í Skorini, sum greiddu frá úrslitunum, og í Århus var tað Bogi Eliasen, sum greiddi frá.

5

Fjølnir februar 2009


Summarskúli í Prag JÓGVAN R. SIMONSEN

U

m ein ikki fær nokk av skúla, ber tað eisini til at nýta ein part summarfrítíðini í skúla, nevniliga summarskúla. Ein av hesum summarskúlum er “The International Travelling Summer Schools on Microwaves and Lightwaves (ITSS)”, ið verður hildin árliga í julimánaði. Staðið, har hann verður hildin, broytist frá ári til árs, og skift verður millum eitt land í Vestur- ella Eysturevropa. Í ár var tann 18. summarskúlin, og hann varð hildin í Prag í Kekkia 5. til 11. juli. Endamálið við summarskúlanum er at hoyra serfrøðingar greiða frá teirra arbeiði innan mikro- og ljósbylgjur, at arbeiða við verkætlanum í einum altjóðabólki og annars møta fólki frá øðrum evropeiskum universitetum og læra um mentanina hjá vertslandinum.

A

vgerðin at fara á summarskúla var tikin í feburar eftir at verða gjørdur varur við hendan møguleikan í sambandi við eina lærugrein, eg hevði í vár. Vit vóru fýra frá hesi somu lærugrein, ið hildu hetta ljóða áhugavert og meldaðu okkum til.

seinnu dagarnir høvdu færri fyrilestrar. Í staðin var ymist annað á skránni, so sum rundtúrar í býnum við ferðaleiðara og arbeiði við verkætlanini.

T

F

á tað var liðið so langt, at vit allir hittust í Kastrup, á veg móti Prag, vóru vit spentir upp á, hvat hesin túrurin hevði at bjóða, men vit vóru kanska ikki líka hugaligir at fara á skúla mitt í summarfrítíðini, sum tá vit í fyrstani tosaðu um tað. Tað var tó skjótt gloymt, eftir at vit vóru komnir upp á pláss.

Fyrsta

kvøldið var felagsdøgurði, har vit fingu møguleika at heilsa upp á hvønn annan, síggja hvar vit skuldu vera, og fingu at vita skránna fyri ta komandi vikuna. Vit vórðu eisini koyrd í bólkar við 6-7 lesandi úr ymiskum londum. Í hesum bólkum skuldu vit gera eina verkætlan saman, sum skuldi leggjast fram seinasta dagin. Skráin teir fyrstu 2 dagarnar var væl fylt við 6-7 fyrilestrum um dagin, meðan teir Fjølnir februar 2009

yrilestrarnir mintu meir um fyrilestrar á ráðstevnum enn teir í undirvísing. Hvør fyrilestrarhaldari greiddi frá tí, hann arbeiddi við, og legði úrslit fram um sína gransking. Fyrilestrarnir vardu á leið ein tíma hvør, og fyri mín part vóru tað teir um mikrobylgjur, sum vóru mest áhugaverdir.

av húsarhaldstólum, og vit skuldu síðan koma við einum uppskoti, hvussu hetta kundi loysast. Vit løgdu so okkara úrslit fram tann seinasta dagin saman við úrslitunum, sum hinir bólkarnir vóru komnir fram til. Summarskúlin endaði so við eini eftirmeting av okkara arbeiði og summarskúlanum sum heild.

Í fríløtum og um kvøldarnar var arbeitt

mframt túrum runt í býnum við ferðaleiðara vóru vit eisini onkran túr uttan ferðaleiðara, millum annað vóru vit og hugdu at sjónvarpstorninum, sum vit hildu vera eina hóskandi útferð eftir at hava hoyrt um radiobylgjur í nærum eina viku. Sjónvarpstornið er við sínum 216 metrum hægsti bygningur í Prag. Byrjað var at byggja tornið í 1985, meðan Kekkia var undir tí kommunista stýrinum. Ein av søgunum um tornið vil vera við, at tornið

við verkætlanini, og sum tey flestu óivað kenna aftur, bleiv tann størsti parturin gjørdur kvøldið fyri, hon skuldi leggjast fram. Tað var ikki tað fakliga, ið var tann torføri parturin við verkætlanini, men tað var heldur at finna út av, hvussu vit skuldu arbeiða saman í bólkinum. Tá tað var komið upp á pláss, gekk tað væl. Evnið hjá okkum var optisk sambinding 6

Prag á kvøldarstund. millum annað skuldi brúkast til at órógva sjónvarps- og radiosignal úr Vesturevropa. Tornið var tó ikki liðugt fyrr enn í 1992 trý ár eftir at kommunistiska stýrið fall.

Á

hesum 18. summarskúlanum luttóku 22 fyrilestrarhaldarar og 45 lesandi, av teimum vóru bert 3 konufólk. Luttakararnir umboðaðu 10 universitet úr 6 londum, tey vóru: Hvítarussland, Kekkia, Danmark, Týskland, Italia og Pólland. Komandi ár verður hesin summarskúlin hildin í Rom, Italia.

U

7

Fjølnir februar 2009


MFS-ráðið 2009

Heimsspeki í Leeds

Rúna Jakobsen 24 ár, Tórshavn forkvinna í MFS Samansett MA í føroyskum og ítrótti, 9. lestrarhálva Havi verið í MFS-ráðnum frá mars 2007, forkvinna frá desember 2007 Eg stilli upp til MFS ráðið fyri at vera partur av tí arbeiði, sum verður gjørt, fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi. Serliga vil eg vera við til at menna umstøðurnar hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tvey mál, sum eg fari at arbeiða fyri: hægri ÚS og eyka stuðul til støk foreldur!

Janus á Ryggi 26 ár. Tórshavn næstformaður í MFS Stjórnmálafrøði, 6 semestur Havi verið í MFS-ráðnum síðani 2007 Eg stilli upp til MFS-ráðið, ti tá vit skoða tað spæl, sum fer fram í politisku skipanini og síggja, hvussu lítið útbúgving verður raðfest, er alneyðugt við einum felag sum MFS og serstakliga MFS ráðslimum, sum eru virknir í Føroyum. Alneyðugt er at vera á varðhaldi, tí rættar raðfestingar henda ikki av sær sjálvum.

Bennvør Ferjá Eivindsson, 24 ár Keypmannahavn forkvinna í Keypmannahavnar-nevndini Løgfrøði, 6. semestur Havi verið í MFS-ráðnum síðani 2008. Eg velji at stilla upp aftur til MFS-ráðið, fyri at stuðla undir at tey lesandi úti og heima hava eina felags rødd, ið talar sak teirra lesandu í politiksum málum. Eisini vil eg í MFS í Keypmannahavn vera við til at skipa fyri sosialum tiltøkum sum leggja lunnar undir føroyskum felagsskapi.

Martin Mohr Olsen, Aberdeen MA í International Relations / Sociology 1. ár Hvussu leingi hevur tu verid vid i MFS radnum?: Nakrar dagar Hvi hevur tu valt at stilla upp til MFS-radid?: “Gyða segði eg skuldi”.

Tá hann ikki deilir sínar meiningar út á kjak.org, lesur hann millum annað heimsspeki í Leeds. Hann er 23 ár og hugsar fyri tað mesta millum Platon og Freud. Vit hava fingið orð á ein komandi heimsspeking. JÓGVAN SVABO SAMUELSEN

eg helt tað var synd at eta tær gomlu bøkurnar, bara tí eg havi fingið nýggjar. Út yvir tað havi eg tikið nakrar miseydnaðar myndir, so Fjølnir kann síggja mín skort, og so havi eg drukkið eina strawberry surge frá djúsbarrini, áðrenn eg fór heim.

Hey Heini, hvat hevur tú gjørt í dag? Hey Jógvan. Hetta hevur verið meir ella minni ein heilt vanligur dagur, so eg kann tíverri ikki fortelja um nakrar spennandi action-senur. Eg byrjaði dagin við at lesa bókina Parallel Worlds eftir Michio Kaku lidna. Síðani át eg eina banan, meðan eg spákaði mær niðan á campus.

Nú ætli eg mær at lesa meditatiónirnar hjá Descartes lidnar, meðan eg flenni at, hvussu sjálvmótsigandi hansara próvførsla er – serstakliga tann fyri tilveru Guðs, sum hann í grundini bert hevur stolið beinleiðis frá Sankta Anselm – og síðani fari eg kanska at hyggja at einum parti ella tveimum av Numb3rs aftur við matinum.

Eg var til fyrilestur í vísindaástøði og sálarfrøðiheimspeki. Eitur tað so? Heimspeki av sálarfrøði? Sálarspeki? Heimsfrøðisálarspeki? Her kalla vit tað so philosophy of psychology. Tað má ikki blandast við philosophy of the mind, sum okkum verður billað inn, tí tað er nakað heilt annað.

Tað eru helst ikki nógvir føroyingar, ið lesa heimspeki í Leeds. Hvussu dámar tær har?Nei, eg havi higartil ikki møtt nøkrum øðrum føroyingi her. Her eru tó nógvir sviar. Eg havi fleiri ferðir hoyrt svenska málið koma jodlandi oman eftir gongunum. Tað er líka ræðandi hvørja ferð.

Eg var eisini til tutorial í dag. Ein tutorial er eitt slag av kjakbólki við einum lestrarvegleiðara, har vit kjakast um tey evni, sum vit hoyra um í fyrilestrunum, og um tað, sum vit fáa fyri at lesa heima. Tutorial í dag skuldi eitast at snúgva seg um meditatiónir Descartes, men vit endaðu við at skeldast um vísindaástøði, tíðarmaskinur og super string-ástøði í kvantisfrøðini. Tað var – so løgið tað annars ljóðar – kortini viðkomandi fyri tekstin, vit kjakaðust um. Men eg ivist í, um eg hevði kunnað greitt einum uttanfyristandandi frá, hvussu, uttan at virka svakur.

Mær dámar ógvuliga væl sum heild. Tað einasta, eg eri eitt sindur ónøgdur við, er mín bústað, men til ber jú altíð at leita eftir einum vatntøttum pappkassa. Skúlin er góður, og teir flestu lærararnir eru framúrskarandi dugnaligir – hóast tað altíð er onkur einstakur, ið kanska ikki livir heilt upp til hinar. Tilfarið er ógvuliga áhugavert. Hetta er hóast alt tað, sum eg havi hug til at lesa.

Annars havi eg keypt bøkur, ið eru kravdar her í nýggja árinum, og so havi eg eisini keypt mat, tí Fjølnir februar 2009

8

9

Fjølnir februar 2009


Hví heimspeki? Og hví Leeds? Tað seinna er lættari at svara enn tað fyrra. Eg søkti inn á fleiri universitet, millum annað í Leeds, tí eg hoyrdi alt gott um teirra heimspekideild, ið hevur orð fyri at vera ein tann besta í Bretlandi. Tað vísti seg so, at tey her á Leeds fegin vildu hava meg sum lesandi hjá teimum. Eg fekk noktandi svar onkrastaðni og tilboð aðrastaðni. Leeds sá fyri mær út til at vera tað besta, so eg valdi at taka av teirra tilboði.

spennandi at hyggja at á toktúrinum úr London til Leeds, sum tekur umleið tveir tímar. Men teir hava, um ikki annað, tráðleyst alnótssamband á tokinum, um tú tekur fartelduna við.

Hví eg vildi lesa heimspeki, er kanska ein eitt sindur truplari spurningur. Í ógvuliga stuttum vendingum er tað næstan bert ein spurningur um áhuga. Tað fellur mær natúrligt at hugsa heimspekiliga. Harvið ikki neyðturviliga sagt, at eg dugi væl – tað mugu onnur allarhelst gera av fyri meg – men eg haldi ikki, at eg hevði dugað at latið vera við at hugsa um heimspeki, sjálvt um eg ikki las tað. Mær dámar bøkurnar, mær dámar tankarnar, og mær dámar heimspekiliga háttarlagið at viðgera evni. Tað er eitt hent amboð at hava, og viðhvørt undrist eg stórliga, hví grundleggjandi heimspeki ikki er nakað, øll duga. Verðin hevði til dømis sæð øðrvísi út, um okkara politikarar høvdu eina meiri kritiska tilgongd til alt tað møsnið, ið teir tveita um seg. Um teir lærdu eitt sindur um grundleggjandi próvførsluástøði, so høvdu teir skjótt hoyrt, hvussu býttir teir ofta ljóða.

Tú ert ein av stovnarum av Gudloysi. Hvat er tað fyri ein felagsskapur, og hvat loysa tit? Vit loysa upp gudar, tá hesir av misgáum hava bundið seg sjálvar saman í ein føsil. Vit eru eitt sindur sum Ghostbusters. Tá gudarnir gera um seg, ber til at ringja til okkum og so koma vit rennandi við proton-ryggsekkjum og beina fyri hesum næsku bartrogunum. Vit hava heilaga andan standandi í eini krukku á Gudloysisstøðini.

Hvussu er tað at fara úr Tórshavn til Leeds? Strævið. Tað tekur ein heilan dag tilsamans og Atlantsflog knúsar eins viðføri sundur og saman og noktar at taka ábyrgd av tí. Har einki serliga Fjølnir februar 2009

Hevur tú nøkur góð ráð, hvussu tað er at velja ein lestrarbý, ið ikki er so vanligur fyri føroyingar? Busta tenn regluliga og hygg til báðar síður, áðrenn tú fert yvir um vegin.

Nei, altso, eg veit ikki, um vit loysa nakað. Gudloysi er bert føroyska orðið fyri ateismu, og er hetta tískil eitt felag fyri allar føroyingar, ið eru leysir av gudstrúgv. Altso tortrúgvin fólk – agnostar, humanistar, rationalistar o.s.fr. – í stuttum fólk, ið av onkrum ávum ikki eru heilt sannførd um, at gudar eru veruligir. Um vit loysa nakað sum helst, vildi eg meint, at vit loysa trupulleikan við at fólk í Føroyum hava tað við at gloyma, at ikki øll eru kristin. At siga, at Føroyar er ein kristin tjóð, er sum at siga, at Bøkjarabrekka hevur ein høgravendan hugburð til heilsuverkið. Eg haldi persónliga, at tørvur er 10

á einum felagsskapi, ið ger vart við, at øðrvísi hugsandi føroyingar eru til, og at Føroyar eisini er okkara land.

felagnum, men eg havi ongar ætlanir um at umvenda nakran til gudloysi. Fólk kunnu trúgva tað, tey vilja, so leingi tey somuleiðis lova mær at lata vera, um eg vil.

Hvat vilja tit uppnáa við Gudloysi? Trúarfrælsi. Sundurskiljing av kirkju og stjórn. At fólk viðurkenna og góðtaka, at vit eisini eru til, og at vit hava líka nógv rætt til at vera føroyingar sum ein og hvør annar. Nú er Gudloysi eitt rættiliga nýtt felag, so har kemur ivaleyst meir á dagsskránna við tíðini. Tað er upp til limir felagsins, hvat felagið skal standa fyri. Eg eri bert ein av mongum limum, so eg kann ikki taka nakrar avgerðir felagsins vegna. Eg haldi meg tó kunna gita, at verðsliggering av samfelagnum altíð fer at standa ovarlaga á skránni. Gróðurbotnurin undir stovnanini av felagnum var jú ein støðugt vaksandi ónøgd við, at fundamentalistar í tinginum skulu sleppa at taka svakligar avgerðir, sum eisini fara at hava ávirkan á øll onnur.

Hava tit nakað betri at selja enn religón? Nakra betri meining? Tað er ikki ætlanin hjá felagnum at selja nakra surrogat-dogmatismu til at seta inn ístaðin fyri religiónina. Sum sagt, so er felagið fyri trúarfrælsi. Hetta er ikki ein roynd at gera eina alternativa kirkju. Allir limir í felagnum hava egnar meiningar og egnar lívsáskoðanir. Vit hava til felags eina vantandi sannføring um tilveruna av gudum, men okkum nýtist ikki at vera samd um nakað annað yvirhøvur. Sum so hava vit ikki so nógv at savnast um uttan lívligt kjak og eitt ynski um, at Føroyar mugu kunna taka stigið víðari inn í 21. øld sum lond flest. Okkurt er galið, tá lond, ið fyrr vóru kend fyri apartheid, eru undan okkum at loyva samkyndum skrásett parlag. Sum ”betri meining” mugu trúarfrælsi, tolsemi og eitt ynski um, at pláss skal vera fyri okkum øllum, vera nóg mikið. Hetta er eitt sindur sum at spyrja ein pakka av Haribo Stjernemix, um hann hevur góðgæti at eta ístaðin fyri sjokulátu. Jú, sjálvandi hevur hann góðgæti, pakkin er fullur av øllum møguligum blandaðum. Tað einasta gummibommini og lakressini hava til felags er, at tey ikki eru sjokuláta. Limirnir í Gudloysi eru sum blandað bomm, og tú mást spyrja teir sjálvar, hvat slag, teir eru. Felagið blandar seg ikki í, hvat slag av góðgæti, tú ert, men felagið er fyri sjokulátuloysingar.

Tá fólk uttanlands tosa um, hvussu ótolsamir og religiotiskir føroyingar eru, tosa tey um okkum øll. Upp á ein máta hava vit eisini uppiborið hetta spjaldrið, um vit bara lata standa til. Tískil er tað bert natúrligt at vilja gera vart við, at ikki allir føroyingar taka undir við slíkum. Tað skal tó viðmerkjast, at verðsliggering ikki snýr seg um at noyða nakran til at avskriva sín persónliga átrúnað. Tað merkir hinvegin, at øll í landinum skulu hava rætt til at velja ella velja frá ein og hvønn átrúnað eftir egnum kenslum. Eg kann sjálvandi ikki tala fyri allar limir í 11

Fjølnir februar 2009


Tríggjar nýggjar føroyskar týðingar Søgur úr Túsund og einari nátt

ævintýrini eru 15 í tali og full av tí undurfulla, ótrúliga, eksotiska, erotiska osfr. Tey heimskendu ævintýrini úr Túsund og einari nátt eru á tremur við ótrúligum lýsingum, samrøðum, løgnum hendingum, fáblum og áminningum, sum kunnu gera lesaran stórliga bilsnan og hugtiknan, so at hann gloymir alt rundan um seg “Søgur úr Túsund og einari nátt” er 146 síður og kostar 199,-

Smettihjartað og aðrar søgur

týðingar eftir Edgar Allan Poe - søgurnar eru 12 í tali og teljast upp í hansara allarkendastu - harímillum eru Ligeia, The Fall of the House of Usher og ein spildurnýggj týðing av The Tell-Tale Heart!

Hvussu er so? Trýrt tú so ikki á nakað? Eg haldi “trúgv” er eitt irriterandi og trupult orð. Mark Twain segði einaferð, at trúgv er at halda nakað, sum ein og hvør idiotur veit ikki passar. Tað er kanska í so ógvusliga sett upp, men eg haldi kortini, tað vísir, at hugtakið ”trúgv” ikki er heilt einfalt at hava við at gera. Um meint verður trúgv upp á eitthvørt yvirnatúrligt ella gandakent, so nei, so trúgvi eg ikki upp á nakað sum helst. Men sjálvandi merkir hetta ikki, at eg ikki havi prinsipp, sum eg haldi vera týdningarmikil, ideal eg meti høgt, ein grundleggjandi moralitet ella eina lívsáskoðan sum heild. Tað er tó rættiliga fløkjasligt at fortelja, hvat alt hetta merkir fyri meg persónliga, tí í mun til ein trúgvandi persón, havi eg onki hent orðaspjaldur at lýsa meg við. Mín lívsáskoðan eitur ikki nakað. Eg kundi kanska kallað tað Heinisma ella okkurt, men tað sigur ikki nógv, um fólk vilja vita, hvat tað gongur út upp á. Tá hesin spurningurin verður settur, er tað sum oftast eini moralskipan, fólk sóknast eftir. Summi skilja ikki, hvussu moralitetur kann vera gjørligur uttan ein hægsta lóggevara. Eg vil tó meina, at sjálvt um ein hægsti lóggevari veruliga er har, so kann hesin bert vera rættvísur, um lógirnar geva meining. Vit vilja jú helst ikki hava Fjølnir februar 2009

fullkomiliga tilvildarligar og meiningsleysar lógir. Skeivt kann ikki vera skeivt, bara tí onkur sigur, at soleiðis er tað, tí tað hevur babba nú einaferð avgjørt. Har má vera onkur samanhangandi og haldbar grundgeving fyri, hví okkurt er skeivt. Í so máta dámar mær betur at trúgva upp á eina grundgeving, sum eg veit er til kortini, enn at trúgva upp á ein óneyðugan millummann, hvørs tilveru eg ongan kjans havi fyri at vita nakað um. Um eg nakrantíð fari at finna hesa endaligu grundgevingina, er so ein heilt annar spurningur. Í løtuni helli eg mest til eina blanding av taoistiskum morali og dygdaretikkinum hjá Aristotoles. Dygdir ella hugtøk, sum eg virðismeti, eru millum annað vinarlag, trúfesti, tolsemi, skynsemi, erligheit, dirvi, empati, fólkaræði og liberalisma. Hvussu fert tú so at halda vikuskiftið? Eg havi ongar spennandi ætlanir. Kanska fari eg at drekka nakrar øl á einari av campusbarrunum og práta við vinfólk um leyst og fast, og kanska fáa vit eitt gott kjak í lag. Annars ætli eg mær bara at slappa av, møguliga rudda kamarið eitt sindur og lesa tað, sum eg havi fyri til næstu viku.

12

Stuttsøgur hansara eru verðinskendar og eiga enn í dag evnini at skaka og at øta lesaran! Søga hansara Smettihjartað er til dømis ein ódeyðilig perla í heimsbókmentunum Eisini nevndi Poe Føroyar í eini av kendastu stuttsøgum sínum, sum eitur Niður í meldurstreymin “Smettihjartað og aðrar søgur” er 146 síður og kostar 199,-

Hálsketan og aðrar søgur

týðingar eftir Guy de Maupassant - søgurnar eru 10 í tali og teljast upp í hansara allarkendastu - harímillum eru Le Horla, La Parure, Pierrot og Deux Amis! Haraftrat eru fýra ókendar søgur, harímillum er Une Surprise Maupassant verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomnar og speiskar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt. “Hálsketan og aðrar søgur” er 92 síður og kostar 119,13

Fjølnir februar 2009


Agnar Artúvertin, føddur: 21-12-1979 Æt fyrr Agnar Jógvansson. Skifti eftirnavn til Artúvertin í 2008.

Mynd: Vónbjørt Vang Eg eri bachelorur í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá Cambridge 2006, og magistari í vitanarmiðlan úr Keypmannahavn (2009) og havi drúgvar royndir sum rættlesari og týðari. Limur í Dansk Oversætterforbund frá 2008 Eg havi havt týðingar, yrkingar og søgur við í OUTSIDER, og tríggjar søgur og tríggjar yrkingar við í Vencli, harav søgan “Hundurin” bleiv sera vælumtókt. Eg havi skrivað nakrar og hundrað søgur. Eg havi eina søgu við í danska tíðarritinum M gasin (2008). Haraftrat søgur í Varðanum (2000 og 2008) Eg havi havt nakrar greinar og onkrar søgur, yrkingar og týðingar í Dimmu, m.a. eftir Sapfo, Gustaf Fröding og Villy Sørensen. Og eisini søguna “Hví kvinnan leyp á sjógv” (februar-apríl 2007), sum eg fyrireiki til at geva út í fullari longd saman við nøkrum øðrum líknandi søgum. Eg havi eisini havt nakrar vælumtóktar ferðafrásagnir í Dimmu, t.d. “Ferð mín niðan á Cader Idris (januar 2007) Útgávur Føroytraga, ein sera støkkin og óskipað rannsókn inn í mentávald, føroyska samleikan og føroyska málið, og onnur úrvald smáverk, egið forlag, 2004 Umskapanin, forlagið Eksil, 2007 (týðing) Søgur úr Túsund og einari nátt forlagið Gwendalyn, 2008 (týðing) Smettihjartað og aðrar søgur forlagið Gwendalyn, 2008 (týðing) Hálsketan og aðrar stuttsøgur forlagið Gwendalyn, 2008 (týðing) Jahve kemur aftur (yrkingar) forlagið Eksil (2009) Prentaður í Varðanum (2000) OUTSIDERmagazin Vencli nr. 2 og 5 Dimmu (33 ferð) M gasin (heystið 2008) Varðanum (2008) Í summar kemur mítt fyrsta yrkingasavn; síðani eitt søgusavn og 3 týðingar aftrat. Bókadeild Føroya Lærarafelags fer at útgeva eina av týðingunum Telefon: (+45) 53 14 30 12 - T-postur: agnarster@gmail.com

Fjølnir februar 2009

14

Brot úr Søgum úr Túsund og einari nátt, søguni hjá 3. kalendara... “Tá skipið var farið úr eygsjón, fór eg niður úr trænum, fór hagar, ið drongurin var livandi jarðaður, og gróv til eg kom til ein stein við einum ringi mitt í. Eg lyfti, og tá var ein trappa. Eg fór oman og kom inn í ein stóran sal, ið var sera nógv prýddur, og kertuljós vóru tendrað. Á nøkrum vakurt baldýraðum pútum sat drongurin. Hann hugdi upp og hvakk við av at bera eyga við meg har. Eg royndi beinanvegin at sissa hann og segði: “Ver ikki bangin. Eg eri kongur og ætli einki at gera tær. Tvørturímóti eri eg kanska komin at bjarga tær upp úr hesi grøvini, her ið tú ert livandi jarðaður” Pilturin sissaðist og segði: “Orsøkin, harra kongur, til at eg eri her, er sera løgin. Pápi mín er keypmaður og eigur stóra ogn og nógv skip. Leingi átti hann ongar arvingar, men so eina náttina droymdi hann, at hann skuldi fáa ein son. Hann fekk meg, og beinanvegin bað hann vísmenn lesa mær lagnuna í stjørnunum. Teir søgdu, at tá reiðmaðurin úr messing datt av rossi sínum fyri hondum Adjibbs, var lív mítt í vanda, tí hálvtrýss dagar seinni fór Adjibb eisini at drepa meg, um pápi mín ikki royndi at forða honum. Í gjár frætti pápi, at reiðmaðurin var dottin av rossinum, og beinanvegin bleiv hetta palassið undir jørð gjørt” Eg flenti innantanna at, hvussu láturligt tað var, at eg skuldi vilja drepa hendan fitta piltin. Eg segði honum ikki, hvussu eg æt. Eg spurdi hann, um hann helt, at eg fór at sleppa við skipinum yvir á meginlandið. Tað helt hann. Vit prátaðu, og eg fann út av, at hann visti nokkso nógv. Eg varð næstan tænarin hjá honum, og í níggju og fjøruti dagar høvdu vit inniliga samveru. Morgunin eftir tann hálvtrýssunda dagin rembdu vit okkum, vit svóvu í somu song, og hann bað meg fara eftir vatni, so hann kundi vaska sær, tí í dag fór pápi hansara at koma eftir honum. Eg vaskaði honum sjálvur og gníggjaðu honum væl, og vit nutu tað báðir. Aftaná var hann svangur og vildi hava vatnmelón. Eg fór eftir teirri størstu, sum eg fann, men fann ongan knív at skera hana sundur við. So sá eg eitt prýðiligt svørð hanga uppi yvir songini, helt tað kundi vera stuttligt at skera melónina við tí, fór upp í songina, tók tað av vegginum, men pilturin kíndi mær, eg gjørdist høvuðlættur av njóting og datt, og svørðsoddurin endaði inni í hjartanum á honum...” 15

Fjølnir februar 2009


Hví føroyingar búseta seg í Danmark? SILJA Á BORG FÆRØ Mynd: Heri Joensen

MFS-ráðið 2009 Palli Midjord, Aberdeen formaður í Aberdeen-nevndini Master of Arts in Psychology, 6 semester. Hvi hevur tu valt at stilla upp til MFS-raðið: Eg vil fyrst og fremst røkja áhugamál hjá lesandi í Aberdeen. Tað er millum annað at betra um ferðasambandi og arbeiða fyri hægri ÚS til tey í lesa master og Phd. Eg velji at stilla upp til ráði tí, burtursæð frá at eg sum formaður í MFS Aberdeen bleiv biðin um tað, so er tað logist at vit í Aberdeen hava umboð í ráðnum t.d. tá skipa verur fyri lestradøgum o.t. í Føroyum.

Í

september 2008 almannakunngjørdi Norðuratlantsbólkurin eina spurnarkanning, ið er gjørd millum føroyskar útisetar í Danmark. Kanningin er ein roynd at lýsa orsøkirnar til, at so nógvir føroyingar búseta seg uttanlands og hvørji viðurskifti hava týdning, tá ið føroyingar velja ikki at koma heimaftur. Í kanningini luttóku 1.022 arbeiðsvirknir ella lesandi føroyingar í aldrinum 20-45 ár. Av luttakarunum vóru 65% kvinnur og 35% menn. Hetta skal eisini havast í huga, tá ið hugt verður eftir talvunum og myndunum niðanfyri.

Cecilia Nolsøe Poulsen, 23 ár, Keypmannahavn Erhversøkonomi og psykologi (ha(psyk)) á 4. semestri Havi verið í MFS ráðnum í eitt ár og velji at stilla upp aftur fyri at vera við til at broyta og styrkja viðurskiftini hjá føroyskum lesandi.

K

anningin vísir millum annað, at høvuðsorsøkin til at føroyingar flyta úr Føroyum er lesnaðarmøguleikarnir. Ein triðingur av teimum lesandi siga, at tey høvdu tikið alla ella ein part av útbúgvingini í Føroyum, um hetta var møguligt. Kanningin vísir, at tað er ein samanhangur ímillum áramálið fyri búseting í Danmark og hugin at flyta heimaftur, og at hugurin at flyta Suni Poulsen leggur fram 3. part heim er størri millum menn samanav kanningini hjá borið við kvinnur. Harumframt sigur Norðuratlantsbólkinum. ein stórur meiriluti, at samfelagið er ov konservativt (77%), at fakligar avbjóðingar vanta (74%), at fíggjarligu og sosialu stuðulsskipanirnar eru ov vánaligar (61%), og at tað er trupult at finna eitt stað at búgva (51%). Hesi viðurskifti hava tó ikki altíð týdning fyri, um føroyingar velja at flyta heim.

V

ið hagfrøðiligum amboðum er eisini gjørd ein faktor- og bólkagreining, har føroysku útisetarnir eru bólkaðir í fýra bólkar. Í greiningini verður serligur dentur lagdur á at kanna hvat kann gerast fyri at fáa einstøku bólkarnar at flyta heim aftur til Føroyar. Faktor- og bólkagreiningin og tann samlaða kanningin kann takast niður á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum, www.dnag.dk.

Fjølnir februar 2009

16

Jógvan Svabo Samuelsen, 27 ár, Keypmannahavn kassameistari í MFS Løgfrøði, 7. semestur Havi verið í MFS-ráðnum síðani 2008. Eg velji at stilla upp aftur til MFS-ráðið, tí eg vil fegin vera ein partur av tí felagsskapi, ið hevur beinleiðis ávirkan á umstøðurnar hjá teimum lesnadi. Serliga havi eg áhuga í, at skipa fyri upplýsandi, og undirhaldi, tiltøkum, og eisini í at fáa limablaðið Fjølnir út.

Gunnvá Gaard, 27 ár, Keypmannahavn Á 2. semestri á yvirbygninginum í “Science off Economic and Business Administration” Hví hevur tu valt at stilla upp til MFS-raðið?: Eg bleiv spurd um eg hevdi hug, at gera mína ávirkan á umstødurnar hjá teimum lesandi uttanlanda. Sjálvandi havi eg hug til tad, og eg eri sera spent at vita hvørja ávirkan eg kann fáa. Serliga tá talan er um tey sosialu viðurskiftini.

17

Fjølnir februar 2009


Tørvar okkum útbúgving? O.N. GANTUJLIVUR We don’t need no education! sungu tey í víðagitna barnakórinum á The Wall hjá Pink Floyd fyri skjótt 30 árum síðani, og er sangurin eitt fast innslag hjá skúlanæmingum á teirra síðsta skúladegi, sama um tað er 10ndi flokkur ella 3ja árið á miðnámsskúla, ið er farið afturvið á longu, vinglutu lívsleiðini ... og tá ið tey so í hesum sambandi hava vinglað seg liðug, ungu fólkini, fer stórur partur av teimum uppaftur longur at útbúgva seg, tí fá munnu tey eftirhondini vera, áhugaverdu størvini, ið ikki krevja, at tú hevur okkurt slag av pappíri, sum vísir, hvussu dugnalig/ur tú ert, og hóast tað uttan iva kennist stórt at gera 10nda ella miðnámið liðugt, so er hvørki annað ella hitt prógvið at rokna sum ein starvstrygging í sjálvum sær. Ráðini føroyskur ungdómur hevur havt til at taka heima á landi at útbúgva seg, hava altíð verið avmarkað, og tað heldur uttan iva fram í alla framtíð, tí “fáment er tjóðin”, sum skaldið á sinni tók til; men onkrir glottar hava tó verið. – Læraraskúlin hevur virkað síðan 1870’ini, og bæði sjúkrasystraskúlin og skiparaskúlin hava eisini mong ár á baki! Tá ið tað tó er sagt, so var leingi øskukalt á akademisku útbúgvingarleiðini í Føroyum; men sjálvt har tóku framskygdir politikarar sær um reiggj í 60’unum og játtaðu at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, ið sum frægast hevur ant líka síðani. Útbúgvingartilboðini hava kanska ikki verið tey nógvu, og langt frá altíð hevur tann lesandi kunnað gjørt seg lidnan við lesturin á Setrinum fult og heilt; men tað hevur tó verið fólki ein stór hjálp, at partar av útbúgvingini hava verið tøkir á føroyskari grund, tí tað er stuttligari at kanna heimin vísindaliga, um tú ikki fyrst má verða ryktur upp við rót og plantaður í fremmandum svørði. Á vári fyri ári síðani varð felt niður í eitt samgonguskjal, at nú skuldi Setrið raðfestast hægri í royndini at skapa eitt áhugavert lestrarumhvørvi í Føroyum, sum kundi lokka nakrar av ljósaru knokkunum at flyta heim til landið gráa; har glymurin á náttartíð ikki heilt kann samanberast við pulserandi stórbýirnar, lesandi útisetarnir venja seg við í útbúgvingartíðini; har gerandisdagurin valla man tykjast asfaltsvanda studentunum líka glæsiligur, sum tað, væltroddu føroysku túnini, fáa borðreitt við; har gorr og gleim líkasum koyrir á einum øðrum plani enn heima í krympirumpulandinum, ið hevur fostrað orðafelli, sum vísa eina andstygd móti teimum, hægri lesnað hava nomið sær: Hasin hevur lisið seg býttan! Nú fíggjarnevndin sitandi hevur latið frá sær eitt ófantaliga illa vongskorið útbúgvingarverk, verða mangar uggafjaðrar reistar millum teir landsmenn okkara, sum góðir eru við bókina og tann lærdóm, í henni er ... á Facebook eru bólkar, sum heita á fólk at møta til mótmælisgongd uttan fyri Tinghúsið, og bløð og vørp hava verið rímiliga væl fylt við harmaljóðum eisini. Men er bati at hóma nakrastaðni innan fyri tann vøll, samgongan hevur kritað fyri sær á vegnum? Valla! Hví man tað vera so? Hví munnu teir vera so altráðir at knúsa niður eitt føroyskt akademika? Hví er tað so umráðandi at gera Føroyar óliviligar fyri okkara intelligensia? Hví dyrka vit pøbilveldi? Hví er størsta gølan í januar 2009, at Kringvarpið hevur spart burtur endursendingina av morgunlestrinum? CHE samgongan slitnaði, tí “seinasti proletarurin á tingi”, sum Sosialurin rósandi lýsti hann, ikki toldi, at pengar skuldu setast av til miklu undirsjóvarverkætlan hansara, áðrenn farið var at bora. – Nú hann situr í ABC uttan nakra sum helst trygd fyri at grivið verður undir Skopunarfirði, sigur maðurin einki! – Hví? Fíggjarnevndin sitandi hevur hinvegin sett á skrá hjartabarnið hjá mongum av norðast støddu oyggjaskeggjum okkara – tunnilin norður um Fjall, tey kalla. Og so má dvína tað, ið fyri stendur av “bleytum virðum” ... skúlaverk, heilsuverk, almannaverk! – Kann væl vera, talan ikki er um javnaðarpolitikk, sum fleiri framstandandi flokslimir hava ført fram; men slíkar útsøgnir mana sjálvsagt fram spurningin, hví sleppur tað so ígjøgnum í samgongu, har valdu limirnir á lista C eru uppi í? Minnist ikki, hvør tað var, sum segði vísdómsorðini: Sjálvandi hevur skúlaskapur trong kor á Føroya Løgtingi, tí teir flestu, sum sita har, eru jú miseydnaði produktir av gomlu realskúlaskipanini, ið sjálvsagt hata alt, sum hevur við skúla at gera! Men eg noyðist staðiliga at staðfesta, at helst er tað okkurt um tað! – Kanska er tað har, trupulleikin liggur? – Kanska er einans talan um hevnd fyri: Dark sarcasm in the classroom ... Fjølnir februar 2009

18

Millum tvær Negl! Navn og aldur: Fía Lindenskov, 30 ár. Hvaðani ert tú? Úr Havn Hvat lesur tú og hvar? Fólkaheilsufrøði á Københavns Universitet Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Eg bleiv studentur í 2000 og arbeiddi síðani eitt ár sum biologassistentur. Síðani var eg úti og fjakkaði og arbeiddi á dagstovni (akkurát sum øll onnur :-)) inntil eg fór niður at lesa. Fann síðani útav, at tað var skeiv útbúgving eg var byrjað uppá, so eg gavst aftur. Tá var eg upp á vegin og átti sonin Høgna í 2003. Eg suppleraði okkurt fak, sum eg manglaði, og so byrjaði eg í 2004 at lesa fólkaheilsufrøði….og hesaferð valdi eg rætt, tíbetur :-). Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Ja so avgjørt! Hvat gert tú í tíni frítíð? Eg havi tvey børn, so tað mesta av fríðtíðini brúki eg saman við familjuni, annars so dámar mær væl at lesa, vera úti í náturuni, hugna mær við vinfólki og alt møguligt annað. Besti sangur? Øh, sovorðnar spurningar dugi eg ikki at svara uppá- havi eini 25 “bestu sangir”. Besti tónleikabólkur? Ikki spyrja um sovorðið - áni tað ikki. Besta sjónvarpsrøð? Friends, Sex and the city og Foyle. Besta bók? Uha - tað eru so ótrúliga nógvar - nakrar av teimum seinastu fantastisku bókunum eg havi lisið er “Kærlighed i koleraens tid” hjá Gabriel Garcia Marques (Lesið hana!) og “Den lukkede bog” hjá Jette A. Kaarsbøl. Besti filmur? De andres liv” (Das leben des anderen, haldi eg hann eitur á týskum) Hvat er títt motto? Eg havi einki beinleiðis, men okkurt a la “ Always look at the bright side of life”. Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Sten úr Sten og Stoffer :-). Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Javnaðarflokkin, H.P. Strøm. Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ja, tær vørurnar har prísurin ikki er alt ov høgur. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Alt ov sjálvdan. Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Nógvar góðar bøkur!! Atlantic Airways ella Smyril Line? Atlantic Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Pass! Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Familju, daddum og einum meira spontanum lívi :-). Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja, einaferð fara vit nokk heim, men eg veit ikki, um tað verður beinanvegin. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Nógva nýggja vitan og ein víðari sjónarring. Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum 2 Negl? “Hvat fær teg at flenna?”

19

Fjølnir februar 2009


RETURN ADDRESS: Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - Denmark

Tað er eitt spæl at keypa ferðina á netinum... Tað er lætt at keypa ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Far inn á atlantic.fo og bílegg tín ferðaseðil. Tað einasta, tær nýtist, er eitt gjaldkort.

februar 2009 Tel 34 10 Fjølnir 10 · Fax 34 10 01

20

atlantic.fo


Fjølnir 2009 Februar