Page 1

Meginfelag Føroyskra Studenta

M F S

FJØLNIR Árgangur 23 - 3. útgáva - oktober 2007

AFSENDER:

Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - DK

KOMANDI TILTØK HJÁ MFS: 1. November - (Hósdag)

J-dagur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Livandi tónleikur og bíligt Jólaøl!

16. November - (Fríggjadag)

Tiltak á Christiansborg við veitslu aftaná! Aftur í ár verður tiltak fyri teimum føroysku, og grønlendsku, lesandi. Evnið hesuferð er: “Farvel til bloktilskudet - og hvad så?” Ókeypis bussar koyra úr Jyllandi og Fyn, tó er neyðugt at tilmelda seg! Um kvøldið verður veitsla við góðum mati, dansi, tónleiki og undirhaldi. Tilmelding er neyðug! Skrá, og kostnaður fyri veitsluna, verður kunngjørd seinni.

6. Desember - (Hósdag)

PISA-kanningin verður løgd fram í Føroyahúsinum.

Tvætl! SÍÐA 3

Nýggi próvtalsstigin SÍÐA 5

Pisudagurin

Introdagurin

SÍÐA 8

SÍÐA 11


So eru vit aftur!

Millum tvær Negl! Navn og aldur:

DURITA L. JÓANSDÓTTIR

Høgni Hammershaimb Andersen, 27 Hvaðani ert tú? Tórshavn

S

Hvat lesur tú og hvar?

ummarfrítiðin kom, sá og fór, og vit eru nú øll aftur væl á veg inn í enn eitt lestrarár. Hjá mongum er hetta eisini teirra fysta lestrarár og sostatt ein byrjan upp á ein nýggjan og sera spennandi samleika sum lesandi. Vit ynskja tykkum vælkomnan í klubban!

Næstved til fysioterapeut Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Var hjálparfólk í vøggustovu Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? JA Hvat gert tú í tíni frítíð?

Í hesum fyrsta blaði eftir

Arbeiði í venjingarhøli og hugni mær

Harumframt lýsa vit í myndum og

summarfrítíðina varpa vit ljós á viðurskifti, sum ávirka okkum lesandi. Størsta broytingin fyri føroyingar í Danmørk er óivað nýggi próvtalsstigin, sum vit skulu venja okkum við. Fyrsta greinin í blaðnum fer tí at viðgera hetta sera umráðndi evni. Vit hava eisini gleðilig tíðindi at bera tykkum, sum lesa

orðum nøkur av seinastu tiltøkum okkara sum Pisudagurin í Havn, Introdagurin í Keypmannahavn og Markleys Útbúgving umborð á Smyrli. Vit byrja tó blaðið við einari heldur kritiskari hugleiðing um okkara vælkenda pausuár áðrenn hægri útbúgving.

í Bretlandi og Skotlandi ella umhugsa at fara hagar. Lestrargjaldið í hesum londum er farið mundandi niður. Vit greiða frá, hví broytingin er hend, og hvønn týdning hon hevur fyri okkum føroyingar.

Vit ynkja tykkum ein góðan lesihug og eitt spennandi og ríkt lestrarár í Føroyum, Danmørk, Stóra Bretlandi, Svøríki og í øllum øðrum londum har vit halda til.

í “fabulous” Næstved Besti sangur? Two Steps hjá Dave Matthews Band (millum aðrar) Besti tónleikabólkur? Dave Matthews Band (um har bara skal vera ein!) Besta sjónvarpsrøð? Royni at halda mær frá teimum, men Kongen af Queens. Besta bók? 1984 hjá George Orwell Besti filmur? Babel í løtuni Lekkrasti sjónleikari? Brad Pitt, ongin ivi!!!! Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Hevði verið gott at livað sum Homer Simpson til tíðir. Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldisflokkin Keypir tú vistfrøðiligan mat? Til tíðir. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Uml. 1 ferð um mánaðin Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Yvirlivilsisevnir

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Århus (Áarstova) Týsdag: Kl. 16.00 - 18.00

+(45) 33 25 02 10

(+45) 26 74 83 21

Fjølnir oktober 2007

2

BLAÐSTJÓRN Durita L. Jóansdóttir (formaður) Malan Ludvig Fía Lindenskov Bergitta D. Thomsen Kate Hammer Malan Kastalag PRENT MFS-skrivstovan í KBH.

Atlantic Airways ella Smyril Line? Atlantic Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Andrew á Fløtum Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? At vera saman við vinfólkunum og bara at vera heima. Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? JA! (men ikki beinanvegin) Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Vónandi eitt pappír ið vísir, at eg eri útbúgvin fysioterapeut. Hví halda vit jól? Gávur og mat!! Hvønn persón hevði tú viljað sett millum tvær negl? Marjun Lutzen

15

Fjølnir oktober 2007


Tvætl! DURITA L. JÓANSDÓTTIR

er neyðugt at taka ein steðg, áðrenn tú kanst lesa víðari. Eg fór beinleiðis á universitetið eftir student, mong hildu meg ikki vera rættsigtaðan, ein totalan strebara og nørd, men eg kenni meg enn, nú 6 ár seinni, eina kandidatútbúgving ríkari, sitandi í einum góðum starvi, sera væl fyri.

U

sambært hugsjónini á tiltakinum, skiljast sum nakað, ið er uttan mørk. Hetta skal bæði skiljast landafrøðiliga, og tá tað kemur til val av útbúgving. Tað snýr seg bert um onkursvegna at finna seg sjálvan og sín egna áhuga. Hesin hugburður lýsir væl, hvussu nógv tíðin er broytt í mun til fyrr, har útbúgvingartilboðið ikki var serliga stórt. Hetta hevur stórar fyrimunir við sær, men setir eisini treytir, bæði til teirra ið ætla sær at lesa víðari, umframt lestrarvegleiðarar og onnur. LESTRARVEGLEIÐING TRUPUL

KANN

VERA

Undir

fyrireikingunum hevur verið áhugavert at hoyrt fólk, ið dagliga fáast við at vegleiða ungum viðvíkjandi víðari lestri, hugleiða um, hvussu trupult hetta kann vera. Spurningurin er eisini, hvussu nógv ábyrgd eigur at leggjast á vegleiðingina, og í hvønn mun fólk sjálvi Fjølnir oktober 2007

14

megna at finna sína egnu hill. Tískil er hugskotið við tiltakinum at geva fólki eina fatan av teimum mongu møguleikum, sum eru. Hóast nógv verður lagt fyri til tess at kunna fólk um fjøltáttaðu møguleikarnar, er okkurt ið bendir á, at nógv framvegis skifta útbúgving aftaná, at tey eru byrjað. Eitt sindur postmodernað kundi ein sagt, at tað í øllum meldrinum av møguleikum ikki altíð er lætt at finna seg sjálvan. Men her eigur MFS sum lestrarfelagskapur veruliga at veita sítt íkast, tí vit hava bæði fólkini og neyðugu royndirnar til at vísa á bæði møguleikar og avmarkingar í útbúgvingarvali. Í so máta eiga vit ein týðandi leiklut. Sostatt er spurningurin, um MFS ikki átti at gjørst sjónligari í hesum høpi. Markleys útbúgving er so eitt høvi til tess.

ndirritaða var frá 2.-4. oktobur, saman við háttvirdu forkvinnuni í MFS, á einum sera áhugaverdum seminari í Helsinki um útbúgving, mobilitet og arbeiðsmarknað í Norður- og Baltalondum. Eg prátaði við eina sera hugtakandi finska gentu um pausuárið ella kanska heldur árini, sum eru so vanlig hjá føroyingum, dønum og normonnum. Hon greiddi frá, at finnar als ikki sóu tað sum nakað gott at taka eitt pausuár, áðrenn farið var undir hægri útbúgvingina. Tað var heldur umvent. Tey ungu skundaðu sær undir hægri útbúgving fyri skjótari at byrja at arbeiða. Hetta fekk meg at hugsa um, hví vit í Føroyum og Danmørk eru so sein á veg samanborið við londini rundan um okkum. Ein grund er, at okkara útbúgvingarskipan er øðrvísi, men tað sær eisini út til, at tað er vorðið siðvenja at taka ein steðg millum miðnámsútbúgvingina og hægri útbúgving.

EIN STEÐGUR VIÐ INNIHALDI?

H

vørjum hevur ein steðg frá við einum tvætliári? Svarið er frá miðnámsútbúgvingini og útbúgvingum sum heild. Í einum tvætliári verður ikki farið undir álvarsliga útbúgving. Tað verður heldur tvætlað og malið. Hetta verður ikki neyðturviliga gjørt uttan mál og mið, men sera ofta. Tað verður malið runt millum áhugar og tvætlað við tíðini. Við meira modernaðum orðum fremur ein sjálvsrealisering, mennir sosialar førleikar, upplivir, búnast og roynir mørk. Meira sannlíkt er tó, at nýklaktar pisur taka nøkur tvætliár, tí tær ikki ána, hvørja hægri útbúgving tær skulu taka.

M

en hví skulu vit endiliga taka hetta pausuárið ella tvætliárið, sum eg kalli tað. Er tað nú so fantastiskt. Finnar hava eina sera góða útbúgvingarskipan og ein sera góðan útbúgvingarpolitik. Teir stóðu seg best í nógv umrøddu PISA-kanningini. Hugsa vit um, at Føroyar skavaðu botnin í hesari kanning, so bendir nakað á, at vit kanska ikki hava heilt ta somu tilgongd til og hugburð um útbúgving sum finnar. Nógvar hava umberingarnar verið fyri okkara vánaliga úrslit í PISA, og okkara vælsignaðu tvætliár kunnu neyvan ábyrgdast. Tað er tó undrunarvert at spyrja seg sjálvan, hví tað absolutt

E

g yvist ikki í, at hjá teimum flestu hevur tvætliárið verið ein ógloymandi tíð, sum tey ikki høvdu vilja verið fyri uttan. Hjá teimum flestu gjørdust kanska tvætliárini ov mong í tali. Tað er tó eisini eitt menniskjaslag, sum ongantíð gjørdi sær dælt av tvætliárinum. Ikki eru hesir føroyingar vorðnir verri menniskju kortini. Teir mangla hvørki sosialan kapital, mentunarligan førleika ella tokka til lívið. Teir vildu bara fara beinleiðis undir hægri útbúgving.

3

Fjølnir oktober 2007


EIN STEÐGUR TIL HVAT?

súkklu í Danmark ella aðrastaðni, á ferðini á veg heim til Føroyar, á G!, á Ólavsøku og eisini í einsemi okkara millum bøkurnar. Tað tykist, sum at vit hava lyndi til at

Tvætliárið kemur mær fyri sum eitt slag af langum yvirgangsrituali frá tí stuttliga ungdómslívinum til tað meira álvarsama útbúgvingarlívið. Hesin hugsunarháttur gevur ábending um, at vit halda, at tað stuttliga og tað besta skjótt fær ein enda, og at tað stuttliga og tað besta í lívinum bert kann koma við einum steðgi á eitt ella fleiri ár. Ein verður bókstaviliga noyddur til at seta tíð av til at hava tað stuttligt og njóta lívið. Jú hesum kann eg sjálv kenna meg aftur í. Longu í barnagarðinum helt eg: nú verður lívið ikki betri! Eftir hetta kom tó kettan, fólkaskúlin, ballini, forelskilsi, eftirskúlin, ballini, rógvingin, studentaskúlin, ballini, lestrartíðin og so aftur ballini. Alt hetta hevur verið ein fantastisk tíð, tó í ymiskum høpi og við ymiskum fortreytum og endamálum.

gloyma hesar smáu løturnar, og minnast aftur á tvætliárini sum okkara gulltíð – ein myta, har vit vóru ung og fræls, og sum allar komandi ættir eisini mugu uppliva. ERU TVÆTLIÁRINI VERULIGT FRÆLSI?

Í

tvætliárinum hómast eitt frælsi eftir lokna miðnámsútbúgving. Eitt frælsi til fullkomiliga at velja sjálvi ta næstu tíðina. Finnar tykjast tó ikki minni frælsir, bara tí at teir ikki í sama mun nýta tvætliárið. Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki eisini kunna gera tað, sum vit hava hug til, meðan vit eru undir útbúgving. Nógv av okkum tvætla eisini undir lesnaðinum, har vit taka ein steðg eftir bachelor ella áðrenn, á yvirbygninginum, ella tá vit skriva endaligu serritgerð okkara, sum kann gerast eitt endaleyst tvætl. Tað ber eisini til at taka ein steðg frá útbúgvingini við at fara til onnur lond sum gestalesandi og uppliva ríkidømi har, ella fara í starvsvenjing sum lesandi, ella bara njóta lesnaðin, og gleðast um lagaligu arbeiðstíðirnar. Havi vit hug, kunnu vit altíð uppliva nakað í dag, í morgin ella seinni í lívinum.

T

vætliárið er ein hvíld eftir miðnámsútbúgvingina, samstundis sum vit brynja okkum og savna megi til lívið, ið kemur aftaná. Her skal lívið upplivast og njótast, okkara dreymar veruleikagerast, meðan vit hava tíð, áðrenn... ja áðrenn hvat? Áðrenn tann hægra útbúgvingin og álvarsama lívið byrjar? Hví skal ein noyðast at taka ein steðg fyri at kunna uppliva nakað, fyri at eydnast betur í lívinum, ella fyri at fáa eitt eydnusamari lív, og hví kann hetta ikki eisini gerast seinni í lívinum? Uppliva vit ikki lívið hvønn dag í samveru við onnur menniskju. Noyðast

V

it hava rættin og frælsið til at tvætla. Til at velja tað lív, ta útbúgving og tey upplivilsi, vit hava hug til. Men vit hava eisini frælsi til at velja tvætliárið frá.

vit at taka nøkur ár úr álmanakkanum fyri at hava upplivað nakað. Kunna vit ikki eisini gera hetta í smærri eindum, í gerandisdegnum. Tvætliárið skal ikki síggjast sum einasti møguleiki til at sleppa at njóta heimin og sítt egna lív. Hetta gera vit hvønn dag framman fyri sjónvarpið, við døgurðaborðið, millum vinir og familiu, á Fjølnir oktober 2007

Væleydnað Markleys Útbúgving

Latum okkum ikki binda okkum so mikið at hesum tvætliárið, so at vit ikki síggja møguleikarnar og gleðina í lívinum sum heild; men gera tvætliárini til eitt slag av mytologiskum “missing link”, sum ger ella hevði kunnað gjørt lívið fullment.

4

JANUS Á RYGGI

Føroyanevndin

hjá MFS var, saman

við Altjóða Skrivstovuni og øðrum, við til at fyriskipa tiltakið ”markleys útbúgving” í ár umborð á Smyrli og á Handilsskúlanum í Tórshavn. Umleið 400 miðnámsskúlanæmingar luttóku á tiltakinum. HVAT ER MARKLEYS ÚTBÚGVING?

E

ndamálið við afturvendandi tiltakinum er at vísa næmingum og øðrum, ið umhugsa at fara undir víðari lesnað, á eina breiða viftu av útbúgvingarútboðum. Umboð fyri allar víðari útbúgvingar í Føroyum vóru til staðar, umframt umboð frá fleiri útlendskum lærustovnum, eitt nú Danmark og Bretlandi. MFS hevði sín egna fyrilestur umframt egnan bás. Uppgávan hjá MFS á tiltakinum var fyrst og fremst

at greiða frá skiftinum frá miðnámslestri til hægri lestur og at vísa á, hvat hetta innibar. Sjálvur greiddi undirritaði breitt frá um MFS sum lestrarfelagskap, ímeðan Rúna Jakobsen greiddi frá egnum lestrarroyndum, eitt nú um at byrja sum lesandi í Danmark. Áhugin fyri fyrilestrinum hjá MFS var stórur. Tiltakið varð skipað á tann hátt at fólk sjálvi, til einhvørja tíð, valdu hvønn fyrilestur ella bás tey vitjaðu. Við hesum í huga má sigast, at áhugin fyri MFS var alt annað enn lítil, og fólk tóktust hava áhuga í at vera við til at ávirka og seta dám á egnar lestrarumstøður. HVAT VIL MARKLEYS ÚTBÚGVING?

H

ugsjónin handan tiltakið er, at tað hevur týdning at geva næmingum og fólki sum heild eina smagsroynd av ymsu útbúgvingarmøguleikunum. Sum heitið á tiltakinum eisini sigur, so skal útbúgving, 13

Fjølnir oktober 2007


Jubiii…eg fekk 7! MALAN LUDVIG

T

ann 1.august 2007 kom nýggi próvtalsstigin – kallaður 7-trinsstigin – í gildi í øllum Danmark. Orsøkin var og er, at tað skal vera lættari at samanbera próvtølini í Danmark við próvtøl runt um í heiminum. Hetta er orsaka av alheimsgerðini (globaliseringini), sum noyðir okkum at hugsa út um okkara egna.

F

Katrin, Fía og Bergitta hava júst fingið sær ein bita

rá 1963 hevur galdandi próvtalsstigin verið samansettur av 10 ymiskum tølum, har hægsta talið var vælkenda og næstan óuppnáiliga 13-talið. Nýggi próvtalsstigin hevur 7 ymisk tøl, og verður tískil kallaður 7-trinsstigin. Nýggju próvtølini eru -3, 00, 02, 4, 7, 10 og 12 og har tað fyrr hevur verið sagt: ”Øvøv, eg fekk eitt 7-tal”, fer tað framyvir at vera: ”Jubiii, eg fekk 7!”. 7-talið í nýggja próvtalsstiganum er nýggja miðaltalið í stiganum, og hevur tískil nú eitt annað virði enn áður, og her kemur trupulleikin.

viðvíkjandi tí praktiska, so vendið tykkum til Ráðgevingina fyri føroyingar í Føroyahúsinum – www.radgevingin.dk

í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og higartil hava verið fleiri fólk enn hetta kvøldið, men tó ikki serliga nógv, tá hugsað verður um talið á føroyskum lesandi í Keypmannahavn. Fólkini hetta kvøldið sóu tó út til at hugna sær, og tað er tað, sum hevur týdning.

E

ftir alt tað praktiska var hugni á skránni, so vit fóru øll út at eta. MFS bjóðaði, og tað var stak hugnaligt, tó spell, at luttøkan ikki var størri. Kanska manglandi luttøkan merkir, at tað ikki longur er neyðugt við slíkum tiltøkum! Nú finst nærum alt á Alnótini!

T

að tykist vera torført at samla føroyingar inni í Føroyahúsinum til annað enn dans eitt leygarkvøld. Vit í MFS hava leingi spurt um, hví so er, men enn er onki greitt svar komið, so vit velja at halda fram við tiltøkunum. Tilvenjing er møguliga orðið, so tískil velja vit at halda fram við tí vón, at føroysk lesandi einaferð fara at venja seg við tey tiltøk, ið eru í Føroyahúsinum, og at enda fara at hava hug at vera við!

Seinni sama kvøld var eisini pub-quiz á skránni. Her var størri luttøka enn til Intro-dagin, men tó ikki tað heilt stóra av fólki. Íalt vóru 7 umfør à 10 spurningar, og vinningur var til besta borðið eftir hvørt umfar. MFS hevur nakrar ferðir áður skipað fyri pub-quiz Fjølnir oktober 2007

12

T

ølini 0, 7 og 10 eru øll við í bæði gamla og nýggja próvtalsstiganum, og tí verða hesi tøl sæð sum tey somu – tvs. idenstisk í virði í báðum stigunum. Tey ”nýggju” tølini, harafturímóti, sum vit ikki eru von við at síggja í einum próvtalsstiga, gera vit um, so tey samsvara við tey ”gomlu”. Á henda hátt kunnu vit betur skilja tey nýggju tølini, men við at gera á hendan hátt, kemur nýggi stigin ikki til sín rætt.

N

ýggi próvtalsstigin krevur eina hugburðsbroyting!!! Tey nýggju tølini eru nýggj tøl við nýggjum virðum aftanfyri, og kunnu tey tískil ikki samanberast við tey gomlu tølini. Um tey verða tað, so sleppa vit ongantíð burtur frá tí vælkenda 13-talinum. Soleiðis sigur Kathrine Richardson, formaður í Karakterkommisiónini (sí meira á www.uvm.dk), sum metir tað hava stóran týdning fyri nýggja stigan, at vit taka útgangsstøði í júst tí nýggja og ikki samanbera við tað gamla. Nýggi stigin er útroknaður eftir tí internationala ECTS-stiganum, og samanberingin sær soleiðis út:

7-trinsstigin 12 10 7 4 02 00 -03

ECTS-stigin A B C D E F Fx

Hetta er sostatt einasta samanberingin, ið skal gerast við nýggja 7-trinsstigan. Danmark hevur fingið nýggjan próvtalsstiga, og har er ongin vegur aftur. Gamla 13-talið er farið, og ta komandi tíðina verður avbjóðingin at hugsa nýtt! At hugsa í nýggjum virðum, og tískil framyvir verða glaðari fyri eitt 7-tal enn vit áður hava verið! Viðmerkjast kann, at eftir tann 1.august 2008, verður heldur onki 13-tal at fáa í Føroyum, tí tá verður nýggi próvtalsstigin eisini settur í gildi har.

5

Fjølnir oktober 2007


Nógv bíligari at lesa í Bretlandi og Skotlandi DURITA L. JÓANSDÓTTIR

fáa somu treytir, sum EBS og ES-borgarar. Føroyar verða sostatt sæddar sum eitt OLT-land í útbúgvingarhøpi. Hetta merkir í praksis, at føroyingar vera sammettir við lesandi úr ES-londum. Heitini ella styttingarnar OLT og EBS verða nógv nýtt, tá ið tosað verður um ES-samstarv. EBS er stytting fyri Evropeiska Búskapar Samstarvið. EBS-sáttmálin fevnir um ES og EFTA-londini, sum eru Noreg, Ísland, Sveis og Liechtenstein. OLT-lond eru atlond hjá ES-londum handan hav, tvs. at OLT-londini hava eitt konstitutionelt tilknýti til ES limalond. Dømi um hetta eru ríkisrættarliga tilknýtið, sum Føroyar og Grønland hava við Danmørk. Tað hevur tó týdning at nevna, at Føroyar sum kunnugt ikki eru limur í ES. Føroyar hava heldur ikki OLT-støðu í sjálvum ES, men verða sæddar sum eitt triðja land. Tað merkir, at Føroyar ikki eru flokkaðar innan vanligu samstarvsavtalurnar hjá ES við onnur lond. Útgangsstøðið hjá ES er, at Føroyar ikki fáa nakrar fyrimunir í ES uttan at gjalda fyri tað.

M

ong munnu vit vera, ið kennast við onkran, sum nemur sær hægri útbúgving uttan fyri Danmørk. Serliga skotski silvurbýurin Aberdeen við sínum betongskríddu háhúsum dregur alsamt fleiri og fleiri ungar føroyingar at sær. Tað eru tí góð tíðindi komin til føroyingar, sum lesa og ætla at lesa í Bretlandi og Skotlandi. Eftir 1. septembur 2007 er tað vorðið nógv bíligari at lesa í hesum báðum londum.

E

nska stjórnin hevur avgjørt, at føroysk lesandi, sum lesa í Bretlandi, ikki skulu gjalda høga lestrargjaldið, sum vanliga er álagt útlendingum uttan fyri ES. Nýggja kunngerðin ásetir, at føroyingar bert skulu gjalda tað sonevnda home fee gjaldið. Hetta kann í mesta lagið verða 3000£ um árið. Fyrr skuldu føroysk lesandi gjalda fult gjald, sum lá millum 6000 og 9000£ hvørt árið. Broytingin fevnir um bachelorútbúgvingarnar, og er bert galdandi í Bretlandi og ikki øllum Stóra Bretlandi.

HEVUR BROYTINGIN NAKRAN TÝDNING?

F

yri tann einstaka føroyska studentin hevur broytingin sum so einki at týða, tí føroysk lesandi fáa sera stóra fíggjarliga hjálp úr ÚSUN-skipanini. ÚSUN stendur fyri ÚtbúgvingarStuðul til lesandi Uttan

University of Aberdeen í Skotlandi hevur somuleiðis broytt sína mannagongd, soleiðis at føroysk lesandi nú sleppa heilt undan at gjalda lestrargjaldið – tuition fee.

fyri Norðurlond. Í dag eru ca. 132 føroysk lesandi undir ÚSUN. Uml. 100 av hesum lesa í dag í Bretlandi og Skotlandi. Lestrarkostnaðurin er ymiskur á teimum ymisku útbúgvingunum, men í dag eru upphæddirnar vanliga millum kr. 50.000 og kr. 110.000 um árið.

FØROYINGAR SAMMETTIR VIÐ ES-BORGARAR

G

rundin til broytingina er, at enska stjórnin og universitetið í Aberdeen hava avgjørt, at borgarar í OLT-londum skulu Fjølnir oktober 2007

Intro-dagur í Keypmannahavn 2007

6

MALAN LUDVIG

M

FS greiddi frá um seg, og hvat felagið stendur fyri og síðan varð tosað um sjálvan býin Keypmannahavn. Skrivstovan hjá MFS hevði gjørt ein faldara við einum korti yvir ”den indre by”, og síðan varð so tosað um tað, og um at finna runt við bussum, tokum og súkklum. Hvussu við zonum o.l. og hvat skal man annars minnast til.

L

eygardagin tann 15.septembur 2007 skipaði MFS fyri Intro-degi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tiltakið var ætlað teimum, ið júst eru komin til Keypmannahavnar at lesa, og sum hava nógv praktisk viðurskifti at seta seg inn í.

Æ

tlanin var at byrjað kl. 16 við navnaspæli, og síðan skuldu ymiskar framløgur vera á skránni, men av tí at bert 2 fólk møttu upp, varð skráin broytt. Frá MFS vóru 6 umboð og Ráðgevingin fyri føroyingar hevði 1 umboð, so íalt vóru vit 9 fólk. Vit settust øll rundan um eitt borð, og so varð tosað aftur og fram. Øll sluppu tó at presentera seg sjálvan, men onki spæl var á skránni.

Umboðið fyri Ráðgevingina var Randi Johannesen, og hon greiddi frá um SU, skatt, herskyldu (bert fyri mannfólk), Føroyafrádrátt og sjálvuppgávur og annars praktisk viðurskifti sum heild. Ráðgevingin í Føroyahúsinum veit næstan alt um alt viðvíkjandi tí praktiska, og tað sum tær ikki vita, tað kunnu tær kanna. Um tit hava spurningar 11

Fjølnir oktober 2007


Fyri Føroyar sum heild hevur tað tó sera stóran týdning, at lestrargjaldið er sett niður. Tað er umráðandi at vísa á, at hetta ikki er nakað, sum Landsstýrið hevur fingið í lag saman við ES. Tað eru enska stjórnin og universitetið í Aberdeen, sum sjálvi hava tikið stig til at lækka kostnaðin við at bólka føroyingar øðrvísi enn áður. Sum triðja land í ES høpi kann tað vera sera trupult hjá Føroyum at fáa útbúgvi ngarsamstarvsavtalur í lag við ES-lond. Vit kunnu vóna, at onnur universitet í ES fara at fylgja sama leisti sum Bretland og Skotland. Tað fer at lætta munandi um útbúgvingarsamstarvið hjá Føroyum við ES. BROYTINGIN KANN FÁA STÓRAN TÝDNING FYRI STUÐULSSTOVNIN

T

Høgni Reistrup spældi til Pisudagin

Tey, ið ikki ætlaðu sær til Danmarkar

Tiltakið varð væl lýst í ár. Tíðindaskriv

fóru saman í ein annan bólk, og har vóru umboð úr Aberdeen, London, Norra og Svøríki, og so sjálvsagt eisini Holger Arnbjerg og Elisabeth Holm frá Altjóða Skrivstovuni. Høgni Reistrup spældi eisini ímeðan, so tey, ið ikki høvdu spurningar, fingu høvi at práta saman og hoyra góðan tónleik.

varð sent út til Vikublaðið, Sosialin og Dimmalætting, og harafturat vóru lýsingar í Útvarp Føroya, á Rás 2 umframt á Portalinum. Plakatir vórðu eisini gjørdar, og eisini hevði Morgunrásin í Útvarpi Føroya eitt innslag við um tiltakið.

ið landið kann spara nógvan pening við broytingunum í Bretlandi og Skotlandi. Harumframt gevur broytingin møguliga rúm fyri, at føroyingar kunnu fara undir hægri lesna á heilt dýrum universitetum, har kanska Stuðulsstovnurin geldur allan kostnaðin. Í dag kann Stuðulsstovnurin í mesta lagi veita tí lesandi 120.000 kr. um árið.

N

eyvari upplýsingar um ÚSUN finnast á heimasíðuni hjá Stuðulsstovninum www. studul.fo KELDUR Samrøða við Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni. Heimasíður: www.ask.fo og www.studul.fo Bók: Joensen, Jóan Pauli et al. 1995: Møguleikar fyri samvinnu við Evropeiska Samveldið. Frágreiðing frá nevndini at kanna gagnligastu marknaðaratgongd til ES. Fróðskaparsetur Føroya fyri Føroya Landsstýri, Tórshavn.

S

igast kann ikki annað, enn at Pisudagurin 2007 var eitt sera væleydnað tiltak, og hertil skal viðmerkjast, at samstarvið millum MFS, Altjóða Skrivstovuna og EIK so avgjørt var ein av orsøkunum til hetta.

Piusdagurin er ætlaður sum eitt tiltak, har høvið verður at spyrja um ymisk praktisk viðurskifti, men ætlanin er eisini, at fólk skulu hava møguleikan at síggja onnur, ið møguliga fara sama stað sum ein sjálvur, ella sum skulu undir somu útbúgving. Tvs. eitt bæði fakligt og socialt afturvendandi tiltak! Fjølnir oktober 2007

á ið meginparturin av teimum lesandi undir ÚSUN fara til Bretlands og Skotlands at lesa, serliga Aberdeen, merkir broytingin ikki minst, at Stuðulsstovnurin brádliga fær høvi at nýta peningin øðrvísi. Landsstýrið játtar ikki eina fasta peningaupphædd til ÚSUN hvørt ár. Hugsanin er, at allir føroyingar, sum fara uttan fyri Norðurlond at lesa, skulu kunna fáa stuðul fra ÚSUN, um útbúgvingin lýkur ásettu treytirnar. ÚSUN-stuðulin hevur

verið uml. 12-15 milliónir um árið. Tað hevur t.d. verið tosað um at minka um ella seta eitt loft á árligu ÚSUN-upphæddina. Hetta tosið kann tykjast ógrundað nú, tá

10

vitjið eisini www.mfs.fo

7

Fjølnir oktober 2007


Pisudagurin 2007 Týskvøldið tann 7.august 2007 var Ungdómsdeildin hjá EIK karmur um afturvendandi tiltakið hjá MFS, Pisudagurin.

Fía Lindenskov, forkvinna í MFS

Á skránni vóru framløgur frá MFS,

MALAN LUDVIG

M

FS hevur skipað fyri Pisudegi í fleiri ár. Einaferð varð dagurin hildin á Platform, sum í dag eitur Rex. Í fjør

40 fólk møtt upp til tiltakið, og hetta vóru fólk við ymiskum orsøkum. Tey allarflestu skuldu undir hægri lestur eftir summarfrítíðina, og vildu tí hoyra nærri um praktisk viðurskifti, tá flutt verður, meðan onnur hugsaðu longur fram. Tey ætlaðu sær víðari næsta ár ella um 2ár, og vildu tískil hoyra um teir møguleikar, ið eru.

royndu vit Miðlahúsið, og í ár avgjørdu vit saman við EIK at royna hølini í Ungómsdeildini hjá EIK á Tinghúsvegi 49. Tiltakið eydnaðist stak væl! So væl, at neyðugt var at finna fram eyka stólar, og hóast tað, so vóru nógv, ið noyddust at standa. Leysliga talt, so vóru uml. Fjølnir oktober 2007

8

um fíggjarlig viðurskifti hjá føroyskum lesandi – í Føroyum sum aðrastaðni. Eftir hvørja framløgu var sjálvsagt eisini pláss fyri spurningum, og til seinast var tónleikur við Høgna Reistrup, og eisini møguleiki at fáa okkurt leskiligt til góman.

Altjóða Skrivstovuni og EIK. MFS legði fyri við at greiða frá um felagsskapin, og síðan sluppu tær ymisku geografisku nevndirnar framat. MFS hevur umboð úr Føroyum, Aberdeen, Århus og Keypmannahavn, og hesi umboð greiddu frá ymiskum viðurskiftum í júst teirra býi/landi.

T

iltakið endaði við, at áhoyrararnir vóru býttir upp í bólkar út frá býi ella landi, ið tey skuldu til. Hóast tað ikki longur er

E

ftir hetta var Altjóða Skrivstovan við Holger Arnbjerg – og nú eisini Elisabeth Holm – á skránni. Altjóða Skrivstovan tekur sær av føroyskum lesandi, sum fer aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. EIK var síðst á skránni, og her var tað Hilmar Sam Lamhauge, deildarleiðari á Ungdómsdeildini hjá EIK, sum greiddi frá

serliga óvanligt at fara út um Kongaríkið at lesa, so fer størsti parturin tó enn til Danmarkar, og tískil var Danmark býtt upp í 4 bólkar: Aalborg, Århus, Odense og Keypmannhavn, og umboð úr hesum býum vóru so á staðnum, so her bar til at spyrja um bæði líkt og ólíkt á ein minni formellan hátt enn til framløgurnar. 9

Fjølnir oktober 2007

Fjølnir 2007 Oktober  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you