Page 1

Meginfelag Føroyskra Studenta

M F S

FJØLNIR Árgangur 23 - 4. útgáva - november 2007

AFSENDER:

Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - DK

KOMANDI TILTØK HJÁ MFS: 16. November - (Fríggjadag)

ÚTSETT!

Tiltak á Christiansborg við veitslu aftaná! Aftur í ár verður tiltak fyri teimum føroysku, og grønlendsku, lesandi. Evnið hesuferð er: “Farvel til bloktilskudet - og hvad så?” Ókeypis bussar koyra úr Jyllandi og Fyn, tó er neyðugt at tilmelda seg! Um kvøldið verður veitsla við góðum mati, dansi, tónleiki og undirhaldi. Tilmelding er neyðug! Skrá, og kostnaður fyri veitsluna, verður kunngjørd seinni.

6. Desember - (Hósdag)

PISA-kanningin verður løgd fram í Føroyahúsinum.

14. Desember - (Fríggjadag)

Politiksur valfundur til løgtingsvalið 2008. Kjakfundur har umboð fyri teir ymsu flokkarnir vera til staðar. (Broytingar kunnu henda av tí, at óvist er nær løgtingsvalið verður)

Finnlandsferðin SÍÐA 3

Løgtingsvalið SÍÐA 14

Samrøða: Finnur Jensen SÍÐA 10

Helsinki: Marimekko og buldridósir SÍÐA 6

Valvaldorð? SÍÐA 18


Millum tvær Negl!

Brimbardu klettar DURITA L. JÓANSDÓTTIR

Í

skrivandi stund hava vit ódnarveður um alt Føroyland. Havið er á gosið, og gróðurin er blástur flatur. Kavin hevur málað føroysku fjallatindarnar hvítar. Tað sæst, at heystið er farið framvið. Smálombini eru burtur, tey seinastu litføgru heystbløðini eru fokin av greinunum, og kuldin hevur fingið fastatøkur í okkum. Vit ganga ímóti myrkari tíðum, men eisini hugnaligum tíðum, har vit kunnu njóta myrku kvøldini saman við teimum, sum vit eru góð við.

Í

S

blaðnum hesu ferð greiða vit m.a frá einum ótrúliga upplivingarríkum túri í Finnlandi. Vit tosa við trubadurin og sjónleikaran Finnur Jensen. Vit varpa ljós á stóru broytingina, sum er hend, nú Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi og bera tykkum viðkomandi tíðindi. Sum nakað nýtt hava vit ein stak áhugaverdan kritiskan kronik, sum brúkar seg um føroyskan politik.

tyttið tykkum um okkurt langt og myrkt kvøldið við Fjølnir, meðan tit undir einum fjálgandi teppi njóta ein heitan drekkamunn. Kanska eta tit eisini eina heimabakaða køku afturvið.

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Århus (Áarstova) Týsdag: Kl. 16.00 - 18.00

+(45) 33 25 02 10

PRENT MFS-skrivstovan í KBH.

(+45) 26 74 83 21

Fjølnir november 2007

BLAÐSTJÓRN Durita L. Jóansdóttir (formaður) Malan Ludvig Fía Lindenskov Bergitta D. Thomsen Kate Hammer Malan Kastalag

2

Navn og aldur: Marjun Olsen Lutzen, 26 ár Hvaðani ert tú? Klaksvík, men uppvaksin í Norðagøtu. Hvat lesur tú og hvar? Altjóða Viðurskifti og Sosiologi á University of Westminster í London. Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Eftir 10. flokk fór eg í eftirskúla í Sønderborg; sum 18 ára gomul fór eg á interrail-ferð runt í Europa og arbeiddi í Suður Spania í 2 mánaðar; í 2000 var eg ein túr við Næraberg; fór síðan í Handilsskúla á Kambsdali og eftir lokna útbúgving arbeiddi eg á Dómarakontórinum í 2 ár. Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Ja!! Tað er ein sera fjølbroytt og áhugaverd útbúgving, og London er ein fantastiskur og spennandi býur. Hvat gert tú í tíni frítíð? Hugni mær saman við vinum, lurti eftir tónleiki ella slappi av framman fyri sjónvarpinum. Besti sangur? Uha.....ómøguligt at siga, men fyri tíðina er tað ‘Going to a Town’ hjá Rufus Wainwright. Besti tónleikabólkur? Muse, Sigur Rós, The Knife og Depeche Mode millum nógvar aðrar góðar bólkar. Besta sjónvarpsrøð? C.S.I., Friends, Criminal Minds... eri bitin av krimi-raðsendingum :) Besta bók? Las rættiliga nógv sum ung, men ein bók, sum serliga hevur sett seg í minnið, er ‘Momo’ eftir Michael Ende. Besti filmur? Eru so nógvir, men fyri at nevna nakrar, kann eg nevna Shawshank Redemption, Little Miss Sunshine og Lord Of The Rings. Lekkrasti sjónleikari? Johnny Depp og Rupert Penry-Jones. Hvat er títt motto? Virðismet fortíðina, droym um framtíðina og liv í nútíðini. Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Hmm.. Wonder Woman hehe.... Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldisflokkin. Keypir tú vistfrøðiligan mat? Av og á...eri sum lesandi tíverri noydd at keypa tað, sum er bíligast! Hvussu ofta keypir tú klæðir? So ofta sum eg havi ráð... og tað er ikki ofta :/ Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? IPodin! Atlantic Airways ella Smyril Line? Atlantic Airways. Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Ehmm.. tað dugi eg ikki at meta um. Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Familju, vinum, náttúruni og føroyskum mati. Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja, tað er so ætlanin. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Útbúgvingin gevur mær meira kunnleika um tey politisku og sosialu viðurskiftini í heiminum, frá terrorismu, EU og diplomati til Marx, feminismu og rasismu. London er ein sera ‘internationalur’ býur, og havi eg tí møtt fólkum úr øllum heiminum; eg havi lært um aðrar mentanir og eri blivin meira opin fyri øðrum sjónarmiðjum. Eisini tær mongu avbjóðingar, ið ein stórbýur hevur at bjóða, ger ein meira sjálvstøðugan, sum fer at gagna mær bæði innan arbeiði og gerandisdag. Við hesum í viðførinum komi eg heim við góðum vónum um framtíðina. Hevði tó ynskt, at eg hevði kunnað tikið tað góða enska pubblívið við mær eisini :) Hví halda vit jól? Vanliga siga vit, at tað er fyri at hátíðarhalda Jesu føðing, men nú er tað nokk meir hugnin saman við familjuni, sum eyðmerkir jól... og trot á konto’ini!! Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum 2 Negl? ‘Hvør er tín yndissystir?’ hehe, nei tvætl... kanska ‘Besta persónliga tónleika-uppliving?’ Hvønn persón hevði tú viljað sett millum tvær negl? Systir mína, Arnfríð.

19

Fjølnir november 2007


Valvaldorð?

Finnlandsferðin

ON Gantujlivur Sæddur niðrifrá kann føroyski politikkurin mangan tykjast surrealistiskur. Tað er líkasum man úr fjarstøðu sær tingini, sum heimafólk halda hava stóran týdning, í einum øðrum ljósi, við einari øðrvísi spegling, soleiðis at tað, sum vendir niður, kanska í veruleikanum vendir upp, tá man setur luppin á ... ... men eftir sum tað egentliga verður gjørt dag og dagliga av miðlunum, sum eru alt annað enn bundnir at niðurarvaðum politiskum tilknýti, tradisjón og tokka, so lata vit tað fara afturvið í hesum teigi og konsentrera okkum um tað, sum er vigtugt: Veljararnar bæði úti og heima, og riðilin av kandidatum!

... hjá fólkafloksmonnum hevur hin dominerandi alfa-hannurin – gamli silvurryggurin við løgmanserfaring – lagt frá sær, og ivasamt er um teir allir fara at flokkast um undurbarnið har vesturifrá, sum kanska ikki kemur inn, nú Miðstaðarøkið hevur bestemmað seg fyri, at hann sum skal gjalda eisini skal valda ... ... hóast miðjað verður móti teim Himmalsku hæddunum í støðugt vaksandi samkomuni hjá Jenisi á tingi, so verður trupult at samtykkja eina fíggjarlóg, sum skal grundast á skipanina úr triðju Mósibók, tí tað munnu vera teir fægstu føroyingarnir, ið fáa goldið medgiftu sína í kamelum. Dadlum kanska, men kamelum, nei ... ... Laksáfoss hevur lagt seg sum kýla inn millum skroypiliga sambandið, ið var millum Kaj Leo og Jóhan Dahl øðrumegin og Kaj Leo og Alfred Olsen hinumegin, og nú John William úr Norðlýsinum hóttir við at tveita klaksvíksstemmurnar fyri borð, sært svart út ... ... Tjóðveldi, ið lovaði okkum alternativar fíggjarlógir sum aktiv andstøða, í roynd og veru hesi fýra árini einans hevur klárað at spart flokkin burtur ...

Vit hava sum er 7 politiskar flokkar til 49.000 fólk, harav eini 35.000 hava valrætt. Tað kundi verið so einkult, at man bara býtti talið við sjey, og so kundi hvør flokkur fingið átta tingmenn í part, tí so hevði Sandoyggin kunnað behildið sínar báðar lutfalsliga bíligu tingmenn. 56 tingfólk høvdu av sonnum hóskað til tignina í heimsins elsta parlamenti, og persónliga meti eg, at kvinnuumboðanin hevði verið økt við minst 30%, tí fýra føroysk konufólk eru, ið hvussu er, egnaði at sita har ...

Men nei sigur gløggi lesarin beinanvegin, tí tað eru bert seks flokkar, sum stilla upp í ár, og sersømdirnar fyri valevni við høgum østrogentali í blóðinum eru ikki samtyktar enn. Og rætt er tað! Hin Stuttligi Johann er ikki við, og tað er jú ikki so undarligt, tí hetta valið virkar als ikki líka stuttligt, sum valið fyri 4 árum síðan, tá ið vit hóast alt høvdu loysingina at grína eftir!

Í Dimmu stóð ein analysa, sum í stuttum segði, at ... ... javnaðarmenninir hjá Jóannes ætla sær at vinna rubb og stubb, tí teir hava faktiskt gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði, sum sambært teimum sjálvum tað einki sæst til ... ... Kári Post fór sjálvur fyrsti at tosa um at gera Føroyar til eitt valdømi, og sambært Gallup hevur tað við sær, at hann eftir valið ikki longur gongur í sjálvdrátti á tingi, tí hann kemur nemliga slett ikki inn ... Fjølnir november 2007

Hvat hava vit at grína eftir nú? 18

Á myndini síggjast frá vinstru Anne Larson skrivari í Foreningen Nordens Ungdomsforbund í Svøriki, Durita Jóansdóttir úr MFS, Tjóðhild Pæturson úr FUR og Fía Lindenskov úr MFS

”Óendaligir møguleikar fyri ung í Norðanlondum og baltisku londunum!” Hettar var heitið á ráðstevnu, ið MFS luttók á 2.-4. oktober í Helsinki. Fía Lindenskov, forkvinna í MFS

Ungdómurin

mobilitetur. Hvørjir trupulleikar stoyta ung fólk á tá tey ferðast millum londini og hvussu kunnu vit loysa hesir trupulleikar. Á ráðstevnuni luttóku ungmannafelagskapir úr Estlandi, Letlandi, Finlandi, Norra, Danmark, Svøriki, Íslandi og Føroyum.

er tann parturin av íbúgvunum í norðanlondum ið flyta mest millum lond, og talið av ungum ið lesa ella arbeiða í einum øðrum norðanlandi økist ár eftir ár. Tað krevur tó drúgva fyrireiking og nógv papírarbeiði at flyta millum lond, og tað gongur ikki altíð so lætt ið ynskjast kann. Tað var millum annað hesin trupulleikin ið førdi til, at Finski norðurlanda ungdómsfelagskapinum Pojola skipaði fyri einu ráðstevnu fyri ungmannafeløg í Norðanlondum og Baltisku londunum.

Høvuðsevnið

á

ráðstevnuni

F

øroysku luttakararnir vóru Fía Lindenskov, forkvinna og Durita Jóansdóttir úr MFS. Tjóðhild Paturson forkvinna í Føroya Ungdómsráð luttók eisini, so Føroyar var væl umboðað á ráðstevnuni. Hettar var eisini nakað ið nógvir luttakarar nevndu, og fegnaðust um, tí tað tíanverri ofta kemur fyri at Føroyar ikki eru umboðar í tílíkum norðurlendskum samstarvi.

var 3

Fjølnir november 2007


Ráðstevnan

fram um hvussu nógv ferðast millum londini, og hvar tey velja at fara. Royndir vísa okkum, at tað er sera gagnligt fyri lond, bæði at lesandi fara uttanlands at lesa, fyri síðani at venda heim aftur við nýggjari vitan í viðførinum, men eisini hinvegin, at tað er gagnligt fyri landið at fáa lesandi úr øðrum londum til landið í útbúgvingarørinum. Tað eru tó eisini nækrir vansar við mobiliteti ið koma rættiliga tíðuliga fram í eitt nú Estlandi, har betur lønarlag í norðanlondunum dregur ta bestu arbeiðsmegina úr landinum. Fyribrigdið er væl kent og verður eisini kallað ”braindrain” ið mangan er havt á orði eisini í føroyskum og donskum viðurskiftum.

byrjaði mikumorgun 3. Oktober við at Harri Maki-Reinikka umboðandi Finska uttanríkismálaráðið bjóðaði teimum umleið 50 luttakarunum vælkomnum. Síðani vóru nógv áhugaverd upplegg gjøgnum dagin, har vit á ymsan hátt fingu innlit í tey fýra evnini ið ráðstevnan bygdi á. Hesi evni vóru millumlanda forðingarnar, útbúgving, arbeiðsmarknaðurin og mobilitetur.

Lagt varð út við at tosa um millumlanda

forðingar har tað millum annað bleiv lagdur dentur á tey praktisk tingini ið kunnu gera lívið trupult hjá fólki ið leita sær út um heimlandið at lesa ella arbeiða, so sum skattur, arbeiðsloysistrygging, upptøkukrøv á lærustovnum, og hvat ið krevst fyri at fáa bústað, bankakonto, barnaansing og annað tá ein er stæddur í einum av hinum norðanlondunum. Eisini var dentur lagdur á hvørji rættindi ein hevur sum lesandi í einum øðrum landi í mun til trygging, heilsu og annað. Eitt nú kan tað vera ein stórur trupulleiki um tú fært lestrarlán úr meira enn einum landi, tí so kanst tú rokna við at skula gjalda tvey-trý lán aftur samstundis.

E

ftir ein góðan bita á middegi var evnið útbúgving á skránni. Her var tosað nógv um tær ymisku skipannirnar ið eru fyri at vera skiftisnæmingur í einum øðrum norðanlandi. Her var lagdur dentur á hvørjir stuðulsmøguleikar eru og um norðurlendsku skiftisskipannina Nordplus, sum í framtíðini eisini fer at fevna um tey baltisku londini. Baltisku londini verða við tíðini tikin við í alt meira norðurlendskt samstarv, og hettar letur nýggjar og áhugaverdar dyr upp fyri lesandi í norðanlondum.

U

ngdómsfelagið í finska norðurlanda ráðnum hevur í hesum sambandi útgivið ein bókling fyri fólk ið ætla sær at fara undir útbúgving ella arbeiði í einum øðrum landi. Bólkingurin bleiv almannakungjørdur á ráðstevnuni og kan takast niður av alnótini á hesum heimasíðum: www.norden2007.fi ( her kann lesast á finskum og svenskum)

S

íðsta mál á skránni var arbeiðsmarknaður. Her var tosað um ta avbjóðingina ið norðurlendsku og baltisku londni hava til felags, tað at tað gerðast alt fleiri eldri fólk í samfelagnum, og at nógv virkir flyta til onnur lond, har lønarlagið er lægri enn her um leiðir. Tosað var um hvussu ung og nýútbúgvin skulu fóta sær á arbeiðsmarknaðinum og um hvørjar útbúgvingar samfelagið fer at hava tørv á í framtíðini, nú tað vísir seg at tað ikki er framleiðsla ið vit kunnu byggja á einsamalt.

hann

www.hallonorden.org ( Frá desember kan bóklingurin lesast á hesari heimasíðuni á hinum norðurlendsku málunum)

U

m tú vendir tær til hesa heimasíðuna í samband við trupulleikum hjá lesandi í einum øðrum norðurlandi, so fara tey víðari til norðurlandaráðið við trupulleikanum, so til ber at finna eina loysn á trupulleikan.

U

m kvøldið vóru við bjóðaði varðaborgarstjórin í Helsinki til móttøku í snotuliga býráðshúsinum sum tað sæst á myndini.

Næsta evnið á skránni var mobilitetur.

Her

vóru

rættiliga

Fjølnir november 2007

nógv

hagtøl

løgd

4

...framhalda frá síðu 9

Tað var tó ikki serliga lætt, tá mínir stivlar høvdu hampuliga høgan hæl, og eg

á flogvøllin. Eg noyddist at biðja vøkru tjekk inn damuna at geva mær viðføri

skuldi balansera á brúgvasteinunum fyri ikki at standa føst ímillum onkran teirra. Harumframt elti Marimekkoposin meg sum ein niðagrísur. Forpøstar fóru vit drønandi eftir Aleksandergatan, har dómhúsið lá. Dósalarmurin var øgiligur, og eg tordi ikki at hugsa um snuddirnar á dósunum. Tað rungaði í øllum háhúsunum. Eg var nú so svong og vildi undir ongum umstøðum missa tað góða sjálvtøkuborð, sum eg væntaði mær at fáa. Eg rann fyri lívinum. Til alla lukku funnu vit dómhúsið. Vit sóu ein skara av fólkum koma gangandi móti inngongdini. Tað vóru onnur frá seminarinum. Vit skundaðu okkum at stegða og gingu sum um einki var hent róliga ímóti teimum. Dósalarmurin tagnaði, vit tivaðu innantanna og vóru ótrúliga svangar. Fáar minuttir aftaná læstist hurðin.

aftur, tí eg hevði gloymt Marimekkoposan við dósunum. Eg vildi hava posan við mær í handviðføri. Dósurnar kundu fáa snudd, um tær komu at liggja undir onkrum tungum kufferti. Sitandi í flogfarinum hugsaði eg um Hotel Cumulus, skýggini á kamarinum og um døgurðan, sum eg enn einaferð ikki fór at fáa.

Í

Kastrup skifti eg flogfar til Atlantic, og nú var gaman í at hoyra føroyskt tos umborð. Eg heilsaði upp á onkran, setti meg at lesa Lizu Marklund, og ansaði annars sera væl eftir mínum Marimekkoposa. Í Vágunum stillaði eg Marimekkoposan á viðførisvognin, meðan eg bíðaði eftir viðførinum. Òlukku í tí koppaði posin, og allar tær blómandi Marimekkodósirnar fóru syngjandi eftir gólvinum og undir aðrar viðførisvognar. Onkur hjálpi mær at savna dósirnar saman aftur, og eg tímdi ikki at hyggja eftir snuddum, nú vóru teir við vissu har. Viðførið hjá mær kom fram i øllum góðum. Eg setti meg í bussin á veg til Havnar og hirdi hesuferð Marimekkoposan í lúkuna oman fyri busssetrið. Eg uggaði meg sjálvan við, at dósirnar nú høvdu sína sjarmu við øllum snuddunum og høvdu eina meira persónliga søgu. Veðrið var av tí allar fagrasta hendan kalda oktobur sunnudag, og við tí dulda landinum við teimum túsund vøtnunum í huganum

S

jálvur varaborgmeistarin tók ímóti okkum, og hon helt eina fina røðu um týdningin av samanhaldi millum tjóðir og framtíðar samstarv okkara millum. Eg hugsaði tó bara um allan tann lekra matin, sum eg skjótt skuldi smakka. Eg gjørdist ikki vónbrotin. Har vóru ovurstórar skálir við salati, ein rúgva av laksarullum við kryddurtun, roykt skinka, breyð við sólturkaðum tomatum og kryddsmøri. Vit fingu eisini vín, øl, vatn og juice ad libitum.

koyrdi eg til Havnar í konfirmatión. Eg sá tey ymisku føroysku skýggini reka framvið í tí klára, men heystkalda himmalinum, og eg droymdi meg aftur í tað hugnaliga hotelkamarið.

Farvæl Finnland

S

íðsti seminardagurin gekk skjótt. Vit endaðu seminarið við bólkaarbeiði og framløgum. Síðan spákaðu vit okkum runt í Helsinki, áðrenn vit hildu leiðina út 17

Fjølnir november 2007


Eitt

kjaki og játtanum. Føroyski fólkaskúlin er ein partur av útbúgvingarmálum, tí er ringt at ímynda sær, at eitt kjak um pisakanningina ikki eisini fer at snúgva

annað mál, ið næstan altíð er ein fastur gestur í einum føroyskum valstríðið, er samferðsluíløgur. Í skrivandi stund, er ikki endaliga greitt um nær farast skal

seg um onnur aspekt í útbúgvingarmálum, t.d. at fáa útisetar við høgum útbúgving heimaftur, og meiningin við einum universiteti í Føroyum. Hetta kann tískil gerast heilt áhugavert fyri MFS. MFS hevði jú í summar eitt kjakkvøld um fysisku karmarnar hjá Setrinum. Tá var m.a. fokus sett á, at Setrið er spjatt yvir alla Havnina. At ein løk pisakanning kann blussa eitt kjak upp, um at fáa ein nýggjan modernaðan bygning til Setrið er nokk at yvirtolkað. Hinvegin aftur, sæð út frá at Føroyar verða eitt valdømi eftir næsta val skuldi tað gjørt, at tankar um Setrið skuldi fingið hægri raðfesting enn fyrr, av tí at hetta er eitt mál, sum viðkemur øllum føroyingum. At kjak, um nýggjan Setursbygning ikki fer at verða aktuelt upp til hetta valið er væl møguligt, men eitt økt kjak um útbúgvingarmál sum heild kann gera, at ein nýggjur Setursbygningur fer at fáa eina hægri raðfesting í framtíðini, enn hann vildi gjørt uttan eina laka pisakanning, og valdømisbroytingina.

undir Sandoyartunnilin, og kann hann tí blíva eitt evni til valið. Tað er tó ein onnur samferðsluíløga, sum kann fara at fáa størri umrøðu, og tað er ein alternativ floghavn. Í seinastuni er tað komið stórt fokus á vánaligu flogvallarumstøðurnar í Føroyum. Hetta er nakað, sum skapar eitt minni gott umdømi fyri t.d. føroysku ferðavinnuna. Hvør samferðsluíløga fer at fáa størri umrøðu upp til valið verður spennandi at síggja, ikki minst sæð út frá ljósinum, at politikkararnir undir einum valdømi, fáa størri incitament at hugsa um heildina fyrst.

Tá laka úrslitið av pisakanningini bleiv alment fyri umleið hálvum ári síðani, var stórt fokus á føroyska skúlaøkinum. Øll vóru samd um, at okkurt mátti gerast, men sum frá leið fánaði áhugin hjá fjølmiðlunum fyri hesum evninum. Síðani tá hevur tað verið eitt sindur av munnhøggaríði í fjølmiðlunum millum landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og formannin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, uttan at hetta hevur skapt nakað stórvegis politiskt kjak. Tó er stórur møguleiki fyri, at hetta evni aftur fer at koma á breddan í føroysku fjølmiðlunum. Um ikki langa tíð fer ein nýggj pisakanning at verða almannakunngjørd. Uttan at taka nakað frá nøkrum, eru sannlíkindini fyri, at úrslitið verður so nógv øðrvísi enn tað fyrra, ikki serliga stór. Tá tað er so stutt upp undir eitt val kann ein løk pisakanning noyða politisku flokkarar at fyrihalda seg til trupuleikarnar á skúlaøkinum, og noyða flokkarnar at raðfesta hetta økið nógv hægri, bæði í Fjølnir november 2007

Hvørjir flokkar fara at skipa samgonguna eftir komandi løgtingsvalið, og hvørjir politikkarar koma inn, fer undirritaði ikki geva nakað boð uppá, men tó kann sláast fast, at komandi løgtingsvalið verður meira spennandi enn vanligt vegna valdømisbroytingina. Í øllum førum ger broytingin tað munandi torførari hjá serfrøðingum at spáa um valið, men sum tað hevur verið ført fram í greinini kann valdømisbroytingin fáa positivar avleiðingar sæð út frá einum MFSperspektivi, og kann man bara vóna at hesin spádómurin heldur. 16

H

H

ósdagin 4. oktober var bólkaarbeiði á skránni. Vit vóru býtt upp í fýra bólkar, har hvør bólkur arbeiddi við hvør sínum av teimum 4 evnunum á ráðstevnuni.

óskvøldið vendu eg og Durita so aftur til Kepmannahavnar við flogfari eftir eina sera áhugaverda ráðstevnu í Helsinki.

S

H

einrapartin høvdu bólkarnir framløgur hvør sær. Tíðanverri havi eg ikki fingið samandráttin av bólkaarbeiðinum sendandi enn, nú tá ið hettar Fjølnir skal til prentingar, men bólkarnir fingu settir tannspurningin, um tað veruliga eru óendaligir møguleikar fyri ung í norðanlondum og baltisku londunum og um hvussu framtíðin fer at síggja út fyri lesandi og arbeiðsmarknaðarøkið. Hettar førdi til nækrar áhugaverdar og stuttligar framløgur. Niðurstøðurnar verða sendar til norðurlendska ráðharraráðið ið vónandi fær nøkur góð ráð ið tey velja at nýta í teirra arbeiði í framtíðini

entar heimasíður um tú ætlar tær at flyta til eitt baltiskt land ella eitt annað norðanland: www.ask.fo www.norden2007.fi www.norric.org www.ansa.no www.eures.ee www.tta.ee www.ams.se www.oresundsinfo.org www.yebarents.eu www.nordisketax.net

INFO: Ráðstevnan varð fyriskipað av Finska norðurlendska ungdómsfelagskapinum Pojola og var stuðlað av norðurlendska ráðharraráðnum, ið hevur finska formansskap í ár, finska uttanlandaráðið, útbúgvingarráðið og NORDBUK ið er norðurlendska barna og ungdómsráðið.

Tiltak á Christiansborg

ÚTSETT!

Fríggjadagin tann 16.novembur 2007 skuldi Christiansborg verið karmur um eitt afturvendandi tiltak. Talan er um eitt politisk tiltak, sum Norðuratlantsbólkurin á Christiansborg skipaði fyri. Tiltakið skuldi byrja kl. 12 tann dagin., og evnið skuldi verið føroysk og grønlendsk viðurskifti, men hetta tiltak verður av ongum á hesum sinni!!! Sum tey flestu nokk vita, so verður Fólkatingsval í Danmark í næstum. Nærmari tann 13.novembur, og tí er ikki møguligt at hava nakað tiltak á Borgini tann 16.novembur. Reglurnar siga nevnliga, at onki tiltak kann vera á staðnum 1 viku undan og 1 viku eftir eitt val, og tískil verður áðurnevnda tiltak rakt av hesum reglum. Tiltakið verður tó bert útsett og ikki avlýst, og verður tí væntandi hildið einaferð í marts 2008. Tit fáa sjálvsagt boð um hetta inni á heimasíðuni hjá MFS og via meylinglistan hjá MFS, tá tíðin nærkast. Ætlanin var og verður eisini at skipa fyri veitslu tað kvøldið, tá tiltakið verður. Hetta frætta tit eisini meira um, tá marts mánaðurin nærkast.

5

Fjølnir november 2007


Helsinki: Marimekko og buldridósir DURITA L. JÓANSDÓTTIR

T

ann 2-4. oktobur vóru undirritaða og fagra forkvinnan í MFS í Helsinki og luttóku á einum seminari um útbúgving, mobilitet og arbeiðsmarknaða í Norðurog Baltalondum. Vit høvdu eina serstakliga hugtakandi ferð við ikki heilt vanligum upplivingum. Farvæl Keypmannahavn

V

it fóru úr Kastrup ein blíðan og ljósan oktoburmorgun. Tá ið vit høvdu sessast í finska og ikki sørt tronga Finnair, prátaðu vit dúgliga um túrin og um tilfarið, sum vit skuldu lesa til seminarið. Brádliga hoyrdu vit eina argandi mannfólkarødd aftan fyri okkum: “Tosið ikki so nógv!”... Vit hvukku við. Hvat var nú hetta? Tað fall okkum ikki inn, at annað føroyskt mál enn okkara fór at verða tosað á hesari spennandi ferð til dulda landið við teimum túsund vøtnunum. Røddin vísti seg at hoyra til ein mann, sum saman við beiggja sínum var á veg til Finnlands í 70 ára føðingardag hjá mammu sínari. Hann og beiggin búðu í Føroyum, men mamman og hini systkini búðu í Finnlandi. Hann sessaðist beint aftanfyri okkum í flogfarinum, og vit høvdu eitt áhugavert prát um finskan og føroyskan samleika og dýrar føroyskar flogbillettir.

á Finnair. Búkurin gjørdist ótolnari og ótolnari og byrjaði rættiliga at brøla eftir mati. Eg bíðaði nú hungurstungin eftir, at lekri døgurðin skuldi koma til okkara pláss. Vit sótu heldur aftarliga umborð. Skuffilsið varð tó ómátaliga stórt, tá ið eg byrjaði at fata, at døgurðamaturin steðgaði har, sum eitt forhang býtti flogfarið í tvey. Tað vóru bert ferðafólk á 1. flokki, sum fingu døgurða. Vit, tann vanliga fátæka fjøldin, fingu eina flata, tunna og turra tvíflís. Tað var okkurt svenskt ella finskt flatbreyð við osti og nógvum sera neyðugum smøri. Eg át tvíflísina snópin, men búkurin tagnaði í øllum førum.

B

rádliga seyraði ein vælkendur døgurðaroykur gjøgnum flogfarið. Svongdin byrjaði beinanvegin at gera um seg, og eg gjørdist ovurfegin. Eg hevði ikki væntað, at vit fingu so fínan mat umborð Fjølnir november 2007

Vælkomin Cumulus Kaisaniemi

Í

Helsinki funnu vit fram til Hotel Cumulus Kaisaniemi, har vit skuldu 6

politikkarar við einum valdømi fáa størri incitament til at hugsa um landspolitikk. Hetta merkir, at politikkararnir verða í ein stóran mun noyddir at broyta mátan,

Tó kann man seta spurnartekin við, um nærdemokratiið ikki kann blíva ov nær. Tað man hevur sæð við tí valdømisskipan, man hevur havt, er at føroysku

teir fiska eftir atkvøðum. Við einum valdømi verða politikkararnir í ein størri mun noyddir, at fiska eftir segmentum av atkvøðum úr øllum landinum sum t.d. arbeiðarar í almenna sektorinum ella fiskimonnunum. Henda broytingin skuldi ført við sær, at ideologisku argumentini hjá flokkunum koma at viga meira, enn tey hava gjørt. Ein onnur avleiðing av at gera Føroyar til eitt valdømi, er at avstandurin millum veljaran og politikkaran verður størri. Hetta merkir, at politikkarin verður noyddur at fiska við størri meskum, og koma fjølmiðlarnir, serliga sjónvarpið at spæla eina enn størri rollu. At ideologisku argumentini og framtraðkan í fjølmiðlunum fær ein størri týdning merkir helst, at fólk við akademiskari útbúgving skuldu fingið ein størri møguleika at komi inn í føroyskan politikk, enn tey fyrr hava havt. Út frá einum MFS-perspektivi er hetta positivt við tað, at møguleiki er at fáa fleiri politikkarar, ið betur duga at síggja týdningin og virði í at hava eitt høgt útbúgvingarstøði í Føroyum, og kann man tí vænta og vóna eina hægri raðfesting av útbúgvingarpolitikki.

politikkararnir ofta hava framstaðið sera veikir viðvíkjandi málum, ið hava gingið ímóti lokalum áhugamálum. Ein forkláring í hesum veikleika liggur í, at tað hevur verið ov lætt hjá tí lokala veljaranum at lagt politikkaran undir trýst. Við einum valdømi í einum landi við 49.000 íbúgvum verður tað enn møguligt hjá veljaranum at leggja politikkaran undir trýst, men tó ikki líka lætt, sum tá man hevur valdømir við minni enn 10.000 íbúgvum.

T

að eru bæði fyrimunir og vansar við at skipa Føroyar sum eitt valdømi, men út frá einum MFS-pespektivi er tað positivt, um tað merkir, at man fær fleiri politikkarar við útbúgving, enn man hevur havt. Útbúgvingarmál kann blíva eitt heitt evni til valið

H

óast sjálvstýrismál ikki hava verið ovast á breddanum hjá sitandi samgongu, kann man tó vænta at spurningurin um loysing ella samband fer at verða eitt evni til valstríðið. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at Tjóðveldi hevur staðið seg sera væl í veljarakanningunum, og verður tað tí ringt hjá øðrum flokkum ikki at fyrihalda seg til hetta evni. Eisini hevur formaðurin hjá Sambandsflokkinum, Kaj

T

að eru altíð tvær síðir av einari sak, og eru tað tí eisini vansar við at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Eitt demokrati

Leo Johannesen, meira ella minni bjóðað Tjóðveldi av við einari fólkaatkvøðu um ríkisfelagsskapin. At so møguleikin fyri einari slíkari fólkaatkvøðu ikki er serliga stórur er ein onnur søga. Í øllum førum er tað ein fyrimunur fyri hesar báðar flokkar, um loysing ella samband gerst eitt stórt mál í valstríðnum.

skal helst avspegla fólkið, og kann tað tí fáa negativar ávirkanir, um føroyskur politikkur verður elitustýrdur, soleiðis at vanligi borgarin ikki kemur at kenna seg aftur. Eitt annað, ið hevur verið nógv umrøtt, er at nærdemokratiið minkar við at gera Føroyar til eitt valdømi. Vanligvís plagar hetta at verða uppfatað negativt. 15

Fjølnir november 2007


Løgtingsvalið

gista. Vit hugsaðu, um Cumulus kanska merkti skýggj, tí við inngongdina til hotellið hekk eitt dúnkent súmbol, við alaboðaformaðum linjum, sum einamest

Morgun og nývaknaði Helsinki Morgunin eftir byrjaði seminarið. Vit skuldu øll møtast kl.07.45 í forhøllini

myndaðu eitt skýggj. Við móttøkuna fingu vit okkara lyklar og fóru beina leið móti elevatorinum. Eg haldi, at vit stóðu í elevatorinum í einar 5 minuttir, áðrenn vit ásannaðu, at hann ikki flutti seg. Fólkini, sum stóðu í kø, sóu heldur løgin út í andlitinum, tá ið hurðin fyri triðu ferð fór upp, og vit enn vóru í elevatorinum. Ein maður var tó so beinasamur og greiddi á enskum frá, at vit skuldu nýta okkara lyklakort, annars vóru vit hvørki upp ella niður. Nú var gamansleikur at flyta seg upp á 4. hædd.

fyri at fylgjast til seminarstaðið. Eg var eitt sindur misnøgd, tá ið eg møtti upp í forhøllini. Eg helt meg ikki hava etið nóg nógvan morgunmat og hugsaði við mær sjálvum, at eg morgunin eftir so avgjørt skuldi seta ein hálvan tíma av til rættiliga at granska góða morgunmatarborðið á hotellinum.

H

arri Mäki-Reinikka setti seminarið. Hann var stjóri á skrivstovuni fyri norðurlendskt samstarv, sum er partur av finska uttanríkisráðnum. Á sínum ungu døgum, hevði hann sjálvur verið sera virkin í studentaarbeiði. Ja, hann hevði verið so ágrýtin, at universitetsútbúgving hansara seinkaðist heili 4 ár. Eg øtaðist við og var glað um, at eg ikki hevði eina trongd til at vera so yvir virkin. Hóast arbeiðið hjá MFS er sera týdningarmikið fyri føroyskar studentar, so eru 4 ár ið so nógv at ofra fyri ókeypis arbeiði.

K

Komandi løgtingsvalið, ið verður seinasta lagið 20. januar, verður øðrvísi enn undanfarin løgtingsval grundað á, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi eftir komandi val. Hugt verður nærri eftir nøkrum av teimum málum, sum kunnu væntast at verða á dagsskránni upp til valið, og hvat broytingin av Føroyum sum eitt valdømi kemur at merkja.

JÁKUP EMIL HANSEN

siga. Við einum valdømi skuldu føroysku politikkararnir fingið eitt størri incitament til at hugsa um landspolitik fram um lokalpolitik. Broytingin skuldi eisini merkt, at mál, ið vanliga ikki fáa pláss til eitt løgtingsval við sjey valdømum, fáa hægri raðfesting við einum valdømi. Henda

E

itt tað mest spennandi løgtingsvali í langa tíð stendur fyri framman. Spenningurin skal síggjast í ljósinum av, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi eftir komandi val. Eingin serfrøðingur dugir ella kann siga við vissu, um týdningin av hesari broyting, ella hvørja samanseting av løgtingslimum man kann vænta. Alt er nærum opið. Tó fer undirritaði at royna at koma við einum boði uppá, hvat broytingin av valdømunum kann fáa at Fjølnir november 2007

broytingin kann gerast stak áhugaverd sæð út frá málum, sum MFS hevur arbeitt við. Føroyar eitt valdømi

Sum 14

sagt kann væntast, at føroyskir

omnar inn í dupultkamarið, var tað sum at stíga inn í ein naturalistiskan málning hjá enska romantiska listamanninum John Constable. Vit vóru ikki í iva um longur, at Cumulus mátti merkja skýggj. Loftið á kamarinum var málað himmalblátt, og hvít skýggj róku aftur og fram. Har vóru stór og tjúkk regnskýggj, tunn og løtt summarskýggj og argandi heystskýggj. Loftið var so livandi, at tá eg legði meg á seingina at lesa Lizu Marklund, var tað sum at hyggja upp í ein rættan himmal. Eg var vís í, at eg av og á sá skýggini ferðast aftur og fram.

So kom svøvnurin

F

á stólunum var ikki minni

ramløgurnar á seminarinum vóru áhugaverdar – tær flestu í øllum førum. Eg havi tó altíð lyndi til at sovna, tá eg siti ov leingi og lurti. Eg royndi tí at drekka so nógv vatn, sum eg kundi og royndi at fáa eysuni at hugsa um annað enn svøvnin,

áhugaverd. Stólarnir kundu tað sama veri eitt 80ara pop art listaverk. Teir høvdu ein skríggjandi reyðappelsingulan lit við líka skríggjandi grønum, bláum og pink tríkantum á. Eg gjørdist heilt rørd um hjarta av hesari skríggjandi samanseting. Okkurt er gingið fagurfrøðiliga galið í 80unum, men stíl, tað høvdu tey!

sum sníkti seg inn á meg. Eg eygleiddi øll fløggini, sum stóðu aftanfyri pallborðið. Har var eyðkendi krossurin hjá Norðurlondum og rípurnar hjá Baltalondum. Tað var ein fragd at síggja okkara Merkið veittra millum hini fløggini. Eitt blómutyssi stóð við endan av fløggunum og hevði sama lit sum fløggini. Alt hetta gav ein sannan

Polstringin

7

Fjølnir november 2007


altjóða dám, og eg ásannaði brádliga, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit føroyingar hava høvið til at luttaka á ráðstevnum saman við og á sama støði

og handlarnir nakað asiatiskir ella russiskir út. Hetta er ikki so løgið, um hugsað verður um, at Finnland hoyrdi til Russland heilt inntil 1917. Eitt, sum eg

sum danir, sviar, norðmenn, íslendingar, litavar, lettar og estlendingar. Eg var so avgjørt glað um, at MFS hevði sett pening av til hetta endamál. Tað hevur sera stóran týdning, at føroyingar vísa seg á ráðstevnum og øðrum tiltøkum, sum fremja samstarvið landanna millum. Svøvnurin var tó við at fáa fastatøkur í meg, so eyguni leitaðu nú berjandi upp á veggin, har finska ríkisvápnið so tignarliga hugdi at okkum øllum. Ríkisvápnið myndaði eina stóra myrkabláa leyvu. Hon stóð á afturbeinunum við opnum munni, hevði reyða tungu, gullkrúnu á høvdi og hevjaði við báum frambeinum svørð høgt upp um høvur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at okkara lítli, illi og gessigi veðrur hjá Løgmansskrivstovuni ikki var heilt so vandamikil og øgiligur sum henda leyva. Eg fekk mær ein slurk av vatninum og át nú eisini nakrar karamellur, sum eg fann í taskuni. Eygnalokini vóru nú tung sum blýggj. Tá kom eg at hugsa um postkortini, sum eg hevði keypt dagin fyri. Eg tók tey upp og byrjaði at skriva meg burtur úr svøvninum. Omman og tey næstu plaga altíð at fáa eitt postkort líka mikið, hvussu stutt eg eri burtur.

beinanvegin legði til merkis var, at eg ikki sá serliga nógv fólk við myrkum húðarliti samanborið við Keypmannahavn. Tað merkir tó ikki, at Finnland hevur sera fáar innflytarar, munurin er kanska heldur, at innflytararnir í Finnlandi koma aðrastaðnis frá enn teir í Danmørk. Meginparturin av innflytarunum í Finnlandi koma frá Russlandi, Estlandi og Svøríki.

V

vælkomna

it lótu forvitnið leiða okkum ígjøgnum býin og sjálvandi endaðu vit inni í einum Marimekko handli. Sjálvt um Marimekko í dag er at fáa alla staðnis, hevur tað sín heilt serliga hátíðarliga dám at vitja ein Marimekko handil í sjálvum Helsinki. Marimekko hevur klædnapløgg í sera løgnum sniðum og við sera løgnum mynstrum. Tað eru bara nøkur heilt serlig fólk, sum hætta sær at ganga í hesum mynstruta vavgreyti. Restin av vøruútboðnum hjá Marimekko talar tó til eina breiðari fjøld. Har vóru handklæði, taskur, dúkar, seingjaklæði, pennahúsar, grýtulappar, klæðir til børn, gardinir og mang annað til húsið. Mamma mín dámar so ómetaliga væl Marimekko. Eg vildi tí keypa henni okkurt, so var jólagávan longu komin undir land. Marimekko er tó ikki tann bílagasti handilin til jólagávur. Eg bar tó eyga við nakrar sera fittar te -og

døgurðasteðginum nýttu eg og fagra MFS forkvinnan høvi at spáka eitt sindur í býnum. Helsinki líkist ikki serliga nógv hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum. Býurin hevur ein heilt annan dám. Hann tykist ikki hektiskur og trongur, men er sera opin og rúmligur fyri ferðslu og gongufólki. Harumframt sóu bygningarnir

kaffidósir. Tær vóru prýddar við eyðkendu stóru blómunum, sum Marimekki nýtir fyri tíðina. Eg keypti mammu te –og kaffidós við reyðum blómum og keypti mær sjálvum dósir við gulum og várgrønum blómum. Dósirnar vóru tó ikki til at leggja saman sum eitt annað klædnaplagg. Eg fekk tí ein risa Marimekkoposa at koyra

Endiliga døgurðasteðgur

Í

ti

langa

Fjølnir november 2007

og

sera

8

Síðani skal ein bara fylgja mannagondini

sendast við posti.

á síðuni.

S

purgt verður fyrst, hvat skal søkjast og har skal svarast ‘Apply for tuition fees’. Eftir hetta er tað nokkso einfalt. Tó havi eg hoyrt, at summi fólk hava rent seg í trupuleikan at SAAS spyr um ‘Social Security Number’, sum vit føroyingar ikki hava.

U

m tú hevur fylt rætt út, eigur tú at kunna snúgva teg undan hesum. Eisini biður SAAS teg um at printa eitt skjal út, ið so skal fyllast út og senda til SAAS via post.

H

ar í skal eitt sokallað ‘SAAS reference number’ skrivast í, ið verður tillutað tær, eftir at online útfyllingin er liðug. SAAS vil ikki góðkenna søkingina fyrr enn tey hava fingið hetta brævið, ið skal

Tá alt hetta er liðugt, ber til at logga seg á heimasíðuna og broyta profilin hjá sær, tó við máta :o)

S

íðani kann eg bara viðmerkja og viðmæla, at fólk hyggja væl eftir, soleiðis at eingir feilir eru í. Av tí at Bretar er eitt sindur bureaukratiskir, kann tað blívu nokkso torført og eitt sindur møsnut at fáa tað broytt. Annars, um ein bert brúkar vit og skil og gevur sær stundir til at útfylla tað rætt, so skuldi helst eingir trupuleikar staðist burturúr.

V

ónandi fer hetta at hjálpa fólki við umsøknini. Um nakar hevur nakrar spurningar hesum viðvíkjandi, so ber til at seta seg í samband við Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivistovuni (www.ask.fo) ella Stuðulsstovnin (www.studul.fo)

13

Fjølnir november 2007


Broyting av stuðulsveitingini fyri næmingar í UK/Skotlandi

F

TORKIL EJDESGAARD

øroyingar fella undir tað sokallaða ‘Category 3 – Non-UK European Union (EU) nationals, EU Overseas Territories nationals and family members.’ Í stuttum kann tað greiðast frá soleiðis, at føroyskir næmingar koma undir Danskan ES borgaraskap, ella sum eitt ‘Overseas Terretory of an EU country’. Fyri at koma nærri hesum, so fella vit undir ‘Note 4’, sum kann síggjast her:

Ny status for Færøerne

S

um flest fólk vita, so velja fleiri og fleiri fólk at fara undir hægri lesna uttan fyri Danska Kongaríkið. Hetta kemst fyrst og fremst av, at Løgtingið játtaði fleiri pengar til Stuðulstovnin/Mentamálaráðið. Samstundis fóru Mentamálaráðið og Altjóða Skrivstovan undir kampanjuna ‘Slepp streyminum og fylg dreyminum’. Úrslitið var tað, at áhugin fyri hægri lesnaði uttan fyri Danska Kongaríkið vaks munandi, serliga í Stóra Bretlandi. Eftir øllum at døma eru tað yvir 100 fólk, ið eru farin undir hægri lesna í Bretlandi

Note 4 – European Overseas Territories and European Overseas Territories National The European overseas territories are: Aruba, Faroe Islands, French Polynesia, French Southern and Antarctic Territories, Greenland, Mayotte, Netherland Antilles (Bonaire, Curacao, Saba, Sint Eustatius and Sint Maarten, the Territory of New Caledonia and Dependencies of Wallis and Futuna Islands) You are a European overseas territories national if you are a national of any of these territories.

T

að sum er sermerkt við tí Bretska systeminum er, at næmingarnir skulu gjalda fyri skúlagongdina. Hetta er serliga í Onglandi, í Wales og í Norður Írlandi, har sokallaði ‘Home Fee’ er um um 3.000£UK. Í Skotlandi er støðan ein onnur. Har skulu næmingarnir søkja um pening frá tí almenna, nemliga tað so kallaða Student Awards Agency for Scotland, ella SAAS. Frá september 2007 kom ein broyting í lag, soleiðis at føroyskir næmingar blíva sæddir sum ES borgarar. Hetta hevur við sær, at føroyskir næmingar hava møguleikan at søkja SAAS í staðin fyri at søkja stuðul frá Stuðulstovninum, og hetta kann tískil spara pengar fyri Stuðulstovnin/Mentamálaráðið.

H

etta hevði eisni við sær, at av tí at føroysk lesandi komu undir ‘Category 3’, ja so fall prísurin munandi hja okkum. Fyrr vóru vit bara sæddir sum ‘Overseas Students’, har prísirnir lógu upp ímóti teimum kr. 80.000 – 120.000. Vegleðingar fyri umsøkn av SAAS

F

yri at søkja SAAS, verður ein noyddur til at logga seg á netið og fara inn á heimasíðuna www.saas.gov.uk . Har skal ein so registrera seg sum brúkara ella upprætta sær ein profil.

tað heila í. Døgurðasteðgurin var tó longu liðugur, og vit skundaðu okkum aftur til seminarið. Tað var eitt sindur torført at ganga skjótt, tí Marimekkoposin var so

sá hon ikki út av miklum. Vit sóu bert ein stóran rundan grótgarð, har var einki kirkjutorn ella nakar krossur at síggja. Inngongdin til kirkjuna var gjørd úr einum

stórur, at bæði eg og forkvinnan alla tíðina komu at sparka til hann. Tað larmaði um allan býin, tá vit av óvart sparkaðu til dósirnar í posanum. Eg vónaði bara, at dósirnar ikki fingu nakran stórvegis snudd.

stórum bronsuportri, sum minti um slotsportrini í ævintýrfilmum. Serliga fekk portrið meg at hugsa um filmin hjá Peter Jackson “Ringanna Harri 2.” eftir kendu bókini hjá J. R. R. Tolkien. Eg sá fyri mær leikbrotið, tá ið Aragorn útlúgvaður eftir eitt hart orkaálop, sum staðin upp frá deyðum, við dimma hárinum hangandi niður yvir andlitið, støðufastur trýstur portrið upp til Helm`s Deep.

V

it komu nakað seint aftur til seminarið. Eg hevði tó ikki hug til at koma brasandi inn í høllina við eium stórum larmandi Marimekkoposa. Eg stillaði hann tí diskret undir eitt borð við inngongdina til seminarhøllina, áðrenn eg settið meg á mítt pláss. Endiliga var eg vaknað og Marimekkolarmurin átti óivað ein stóran part av æruni.

I

nnan var kirkjan bókstaviliga bergtakandi. Hon var høgd úr gróti øll, sum hon var. Veggirnir vóru grót, altarið var grót, ja alt var stórt grót. Takið var sum ein stór UFO. Takið var gjørt úr stórum koparstongum, sum vórðu snurraðar runt, og tað líktist einum stórum yvirvaksnum fingurbolla, sum varð trýstur flatur. Tað var sum at sita langt undir jørðini, men samstundis kendi eg meg heilt ótrúliga nær ti himmalska. Eg setti meg á ein bonk, sum tó var av træ og hugdi hugtikin at øllum meðan eg neyt friðsæluna. Eg fór at hugsa um, at Føroyar hava nógv stór tóm pláss eftir grótbrotum. Tað undrar meg, at eingin arkitektur nýtir hesi ljótu op til at skapa ein vakran basaltbygning av onkrum slag.

Steinrunna Tempulkirkjan og gamla dómhúsið

U

m kvøldið høvdu vit fingið eina fína innbjóðing. Helsinki býur hevði bjóðað okkum til móttøku í gamla dómhúsinum frá kl.18-19. Eg gleddi meg til hesa móttøku, serliga til matin, sum væntandi fór at vera góður. Vit høvdu tó 2 tímar áðrenn møttøkan byrjaði, so eg og forkvinnan vildu tí hyggja enn nærri at býnum. Hetta var síðsta høvi áðrenn fráferð dagin eftir. Vit fingu tó at vita, at vit undir ongum umstøðum máttu koma

B

ov seint til móttøkuna, tí dyrnar stongdu kl. 18.05.

rádliga fóru kirkjuklokkurnar at ringja so fagurliga. Eg hvakk við,....vit høvdu sitið í kirkjuni ov leingið. Vit nærmast runnu út úr kirkjuni móti gamla dómhúsinum. Vit høvdu býarkortið hjá okkum og funnu tíðbetur gøtuna, sum dómhusið lá á. Gøtan var tó ótrúliga long. Vit noyddust til síðst at renna alt tað, vit vóru mentar.

V

it høvdu frætt um eina sera áhugaverda kirkju, sum var bygd inn í gróthelli. Hon lá ikki langt burtur og vit leitaðu okkum hagar. Kirkjan æt Tempulkirkjan, tó uttan

framhald á síðu 17... Fjølnir november 2007

12

9

Fjølnir november 2007


Samrøða við Finnur Jensen

Hvussu passar skúlin til tónleikin? “Tað passar illa til tónleikin. Serliga viðvíkjandi Páll Finnur Páll, tí at vit eru fleiri, sum eru við. Fleiri, sum eru spjaddir runt umkring. Onkur í Keypmannahavn, eg í Árhus, onkur í Odense og onkur í Føroyum. Tí passar tað øgiliga illa til akkurát tað. Tað er tó onki so gott sum eitt lestrarlív og at spæla tónleik á kollegiekamarinum. Tað er inspirerandi í sær sjálvum.”

væl tað listarliga og eg havi altíð sæð meg sjálvan sum ein undirhaldara. Tað havi eg sæð, sum mín leiklut í lívinum – at undirhalda onnur, um tað so er innanfyri tónleik, sjónleik ella hvat tað nú einaferð verður, so síggi eg meg sjálvan sum ein undirhaldara fram um alt annað. Og tað er tað, sum eg koyri uppá. At vera glaður fyri tað, sum eg geri.” Tú ert nemliga við í nógvum ymiskum undirhaldi, sum nógv høvdu kallað grænseoverskridende? “Ja nemliga, tað dámar mær væl. Tað er eisini ein partur av tí. Tað skal ikki bara verða undirhald, men eisini ein partur av onkrum aftanfyri, okkurt man vil rykkja, okkurt man vil broyta. Tað fann eg eisini skjótt útav, man kann ikki broyta verðina gjøgnum fótbólt og tað ber ikki altíð til at broyta hugsanina hjá fólki við at diskutera. Tað vísir seg, at vera rættuliga ringt at broyta hugsanina hjá fólki við at diskutera. Tað er sum um, at tónleikurin er ein betri miðil til at broyta, um tað er tað man vil. Um man hevur ein boðskap, so hava fólk lyndi til at taka hann lættari til sín gjøgnum tónleikin. So tað er eisini ein grund til at spæla tónleik.”

Ert tú nógv bundin at skúlanum? “Ja. Eg plagi at fara heim til Føroyar at spæla eitt vikuskifti, teir plaga at keypa meg heim. Tað er ongin loyna, at eg heldur hevði vilja spælt tónleik, men nú er tað einaferð soleiðis, at tað er ikki akkurát nakað man kann liva av. Um man skal hava nakrar framtíðarvónir aftaná, so má man lesa eitt ella annað, blíva eitt ella annað.” Hvussu nógv er eftir av skúlanum hjá tær? “Nú verði eg bachelor í summar, so 2 og eitt hálvt ár.” Finnur Jensen er ein havnamaður, sum man vera mest kendur frá tónleikabólkinum Páll Finnur Páll. Seinastu árini hevur hann eisini veri at sæð sum sjónleikari í Ólavsvøkukabarettini. Til dagligt býr hann í Árhus og í kvøld 1. nov er hann komin til Keypmannahavnar at undirhalda gestunum á J-degnum. MFS fekk nøkur orð við Finnur í pausuni.

BERGITTA DALSGAARD THOMSEN Hvør er Finnur Jensen? “Finnur Jensen er ein 25 ára gamal havnarmaður, sum býr í Árhus og lesur medievidenskab. Umframt at dáma væl at lesa, dámar mær væl at spæla tónleik og, tá eg eri í Føroym, spæli eg við Páll Finnur Páll, einum bólki, ið varð stovnaður fyri nøkrum árum síðani. Eg spæli eisini nógv, tá eg eri einsamallur og eg geri løg, mær dámar væl at gera løg. Eg eri ein, sum fann útav, at eg nyttaði onki til fótbólt. Nyttaði onki til tað, sum vanliga ger, at man fær ein ávísan Fjølnir november 2007

status. Eg føldi meg sum eitt null í fólkaskúlanum og so hugsaði eg, at eg fari at spæla musikk. Tað var kanska soleiðis tað byrjaði.” Tú spælir ikki bara tónleik, men eisini sjónleik? “Ja sjónleik, ja! Eg havi eisini spælt sjónleik. Tað var nakað, sum byrjaði í student og havi spælt kabarettir og barnasjónleikir. Eg havi eisini spælt professionellan sjónleik, sum hobby, við síðuna av.” 10

Verður tað so meiri tónleikur eftir tað? “Nei eg veit ikki ordiliga. Eg síggi ikki meg sjálvan sum ein góðan sangara ella ein góðan gittarspælara. Eg síggi meg meira sum ein, ið dugir at gera løg og hevur fingið ein góðan bólk afturat sær. Eg havi heldur ongar ambitiónir um at blíva kendur uttanum Føroyar. Tað er avmarkað, hvat man kann gera og liva av, tá man ger løg í Føroyum. Eg rokni ikki við tað verður nógv meir, tað er mest hygg.” Tað er kanska mest áhugin? “Ja áhugin!”

Kann man vanta nakra sjálvstøðuga fløgu frá tær? “Ja tað kann man gott, tað kann gott verða, eg veit ikki. Problemið er sum sagt, at eg síggi ikki meg sjálvan sum ein góðan tónleikara, altso individuelt, men um man fekk ein góðan bólk afturat sær so kanska. Spurningurin er, hvussu leingi Páll Finnur Páll eksisterar. Tað dugi eg ikki ordiliga at siga, men tað kanska tí, at man roynir at standa á egnum beinum og roynir okkurt projekt. So verður man ikki heilt einsamallur.” Tað verður kanska ikki heilt enn? “Nei tað verður sikkurt ikki enn. Eg havi ikki tíð.”

Nú kenna vit teg eisini frá Ólavsvøkukabarettini. Tað er ikki hugflogið, sum manglar? “Nei hugflogið haldi eg er gott. Altso eg vil ikki ordiliga reypa, men mær dámar 11

Fjølnir november 2007

Fjølnir 2007 November  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you