Page 1

Meginfelag Føroyskra Studenta

M F S

FJØLNIR Árgangur 23 - 5. útgáva - desember 2007

AFSENDER:

Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - DK

KOMANDI TILTØK HJÁ MFS: >> AÐALFUNDUR HJÁ MFS << 28. Desember - (Fríggjadag)

Headhuntað heim til Føroya

Góði limur!

SÍÐA 10

Vit vilja hervið boða frá at aðalfundur hjá MFS verður 28. december klokkan 16. á loftinum á føroysmálvdeildini á fróðskaparsetrinum. Á skránni verður: 1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum 2. Framløga av granskoðaðum rokniskapi fyri seinasta rokniskaparár og viðgerð av hesum 3. Val av nýggjum ráði 4. Framløga av málum viðvíkjandi MFS í komandi ári 5. Ymiskt

Árið, í fór SÍÐA 14

Søgan um veðrin, leyvuna og samleikaskápið SÍÐA 6

Allir limir hava rætt til at velja upp til 11 limir í ráðið. Ert tú áhugaður at stilla upp til MFS ráðið á aðalfundinum ert tú vælkomin til tess allir limir hava møguleika at stilla upp. Vinarliga Fía Lindenskov, Forkvinna

Úr Aberdeen til Føroyar á jólum SÍÐA 3


Oddagrein

Millum tvær Negl!

DURITA L. JÓANSDÓTTIR

N

ú standa jólini longu aftur fyri durum. Býirnir og bygdirnar eru fagurliga skrýdd við alskyns jólaprýði í øllum ælabogans litum. Jólamenn, jólavættrar, jólatrøð, jólahjørtu, jólaeinglar, jólaljós, Rudolf og Jesubarnið royna at lýsa fyri okkum í hesari myrku tíð og gera okkum jólini fjálg og hugnalig. Snjóhvítu argandi kavaflykrurnar eru tó óálítandi. Tær dansa niður úr himli, meðan tær eymliga kína vetrarpínda landslagnum, men liggja ikki nátt, áðrenn tær aftur hvørva sum døgg fyri sól. Vit, sum fara úr ráðnum, siga takk fyri okkum. Vit takka teimum, sum eftir eru, fyri gott samstarv og bjóða nýggjum og frískum andlitum hjartaliga vælkomnum.

T

ó hjá okkum studentum er tann annars gleðiliga jólatíð heldur ein strævin próvtøkutíð. Hjá MFS boða jólini eisini frá einum brátt farnum ári og einum komandi nýggjum ári, har nýtt ráð fer at skipa seg við eldri og nýggjum ráðslimum. Hesir koma allir at mynda komandi virkið hjá MFS. Tit eru tí øll vælkomin at stilla upp til nýggja ráðið á aðalfundi okkara, sum verður 28. desembur kl. 16.00 á loftinum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

V

it ynskja tykkum øllum eini vøkur og matargóð jól, eitt buldrut og svøvnleyst nýggjár og ikki minst góða eydnu við próvtøkunum.

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Århus (Áarstova) Týsdag: Kl. 16.00 - 18.00

+(45) 33 25 02 10

(+45) 26 74 83 21

Fjølnir desember 2007

2

BLAÐSTJÓRN Durita L. Jóansdóttir (formaður) Malan Ludvig Fía Lindenskov Bergitta D. Thomsen Kate Hammer Malan Kastalag PRENT MFS-skrivstovan í KBH.

Navn og aldur: Arnfríð Lützen, 24 ár Hvaðani ert tú? Klaksvík Hvat lesur tú og hvar? Serviceøkonom í Danmark Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Arbeiddi á café Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Ja Hvat gert tú í tíni frítíð? Hyggi mær saman við dóttrini og sjeikinum Besti sangur? Annie´s Song (John Denver) Besti tónleikabólkur? Arcade Fire Besta sjónvarpsrøð? Forbrydelsen Besta bók? Kongemordet hjá Hanne Vibeke Holst Besti filmur? ??? Lekkrasti sjónleikari? Josh Hartnett Hvat er títt motto? Havi onki veruligt motto Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Lisa Simpson Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Olgu Biskupstøð Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ja, viðhvørt Hvussu ofta keypir tú klæðir? 1 ferð um mánaðin Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Returferðaseðilin Atlantic Airways ella Smyril Line? Líkamikið Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Rógvi Jacobsen Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Familjuni Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Lívsroyndir Hví halda vit jól? So familjan samlast saman og kann hugna sær saman. Besta persónliga tónleika-uppliving? “Beirut” konsertin í Vega Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum 2 Negl? Um onkur annar hevði hug at lisið tað sama sum tú, hvørji ráð hevði tú givið? Hvønn persón hevði tú viljað sett millum tvær negl? Herit Helgadóttir 19

Fjølnir desember 2007


Heim til jólar?

Úr Aberdeen til Føroya á jólum

O.N. GANTUJLIVUR Heilt erligt skal man virkuliga tíma heim á jólum? Er tað ikki minst líka gott at halda jól her heima hjá sær sjálvum? Hvat ólukkan er so fantastiskt við at vera HEIMA á jólum? Har er myrkt! – Eru dagarnir stuttir á Flatlondum um veturin, so eru teir uppaftur styttri heima ... Har er kalt! – Tað kann faktiskt gott finna uppá at vera bæði minusstig og kavi millum jólanna ... Mest sannlíkt regnar tað! – Hagtølini siga, at december mánaði er regnfullasti mánaðin norðuri í havinum ... Vindur og stormur! – Ódnarveður á jólum, álvara snakk, hvat er tað at fara heim til? Sjálvandi eru nøkur ting, ið lokka ... ... kjøtið er ræsnað, og pottarnir verða stundum fyltir við hesum frálíku, serføroysku bitum, ið als ikki smakka líka heimligir í parcelhúsinum handan ligusterheyggjarnar ella í blokkunum, har angin skal kappast við deymin av exotiskari, etniskari matgerð og rákanum av budingi, sum er so vælumtóktur jóladøgurði alt ov manga staðni uttan fyri Skandinavia. Nei, ræst kjøt smakkar faktiskt ikki ordiliga sum tað skal, tá ið man er ikki er heima á klettum. Tað er har tað skal etast! Tað er har, tað gevur meining at hugleiða sum salig Sigurð Joensen um slag, dygd og hagapart, meðan tú dregur nartl og slentrir í teg við folliknívinum. – Tað gevur meining at sita heima í fjálgari føroyskari stovu og flenna at teimum typum, sum í ramasta álvara pástanda at smakka mun á kjøtinum, um tað hevur gingið í grýtutum brattlendi norðantil ella í vælvallaðum dølum sunnanfjørðs. Typum, sum brúka orðingar sum “Stakkaseyðurin er ikki fult so birgur í ár, sum urðarseyðurin!” – Ikki tí, tað kann vera, at nakað er um prátið. Hvat veit eg? Eg eti jú so sjáldan ræst ... og fært tú teir meir enn tveir snapsir, so smakkar alt væl, ikki sannheit? Og tað plagi eg at fáa, tá ið eg eti ræst :) Tað er tó ikki bara kjøtið, ið lokkar útisetan heim! ... vinirnir eru eisini heima á jólum, og í góðum veitslulag um høgtíðina fæst óivað høvið at koma ajour við loysnini av teim verðinsproblemum, sum ikki verða nøktandi loyst á www.kjak.fo , tí tað veit hvør norðurlendingur við respekt fyri sær sjálvum, at øl er góður og gagnligur drykkur, sum skerpir vitið og mýkir tungubandið ... og hóast ávarað verður í Hávamáli móti ølinum, at man kann gerast deyðdrukkin, so fær suttungsránið tað rós, at man aftur man vakna við vit og skil. Tí er tað ikki við onkra løtuna á ferðini heima, so er man kanska slett ikki so vælkomin heim til jólar, sum man sjálvur billar sær inn, tí tað er jú á jólum, at vit aftur gerast sum børn og fáa kjans at sleppa heim til mammu og babba – sleppa heim, stutt sagt! Og tað man í veruleikanum vera høvuðsorsøkin til, at vit eina tíð lata bók verða bók og skúla skúla, veðrið bjóðar heldur ikki rættiliga til nakað annað, sjannheit? Gleðilig jól, øll somul og góða ferð heim!

Fjølnir desember 2007

18

KATE HAMMER MFS Aberdeen

T

ad er kalt í veðrinum, jólaljósini eru komin upp at hanga í miðbýnum í Aberdeen, og fólk úr smærri býum og bygdum í Grampian økinum tysja til býin at keypa jólagávur. Jólapyntið her í Skotlandi, kanska serliga Aberdeen, er eitt sindur øðrvísi enn tað, ið vit kenna heimanífrá. Plastjólatrøðini eru at fáa í alskyns litum, nevnast kann til dømis hvít, svørt, gull og lillavorðin. Og alt pyntið annars er eisini at finna í alskyns litum. Tað tykist sum um allir

litir eru jólaligir hjá Aberdonians ikki bara grønt, reytt og gull osfr, sum vit ofta halda okkum til í Føroyum. Heldur ikki, tá ið tað snýr seg um mat, eru skotarnir eins vanabundnir og vit eru. Aftaná at hava tosað við fleiri fólk, sær tað út til, at fólk eta alt møguligt á jólum. Summi eru vegetarar og eta tofu, quorn o.s.fr. við tilfari frá traditionella skotska jóladøgurðanum so sum kirsuber og yorkshire pudding, meðan onnur eta fínan laks, og upp aftur onnur eta stokt oksakjøt. Tað eru tó summi, ið fáa kalkun, sum tykist vera tjóðarjólarætturin.

3

Fjølnir desember 2007


Valevni til MFS-ráðið Navn: Janus á Ryggi Aldur: 25 ár Bústaður: Tórshavn, Føroyar. Lestur og á hvørjum semestri: Fari í holtur við 4. semestur í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrið Føroya og lesi eina samanseting av teologi og filosofi sum sjálvlesandi á University of London. Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Havi verið partur av ráðnum hjá MFS í umleið eitt ár. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Eg haldi tað vera týðandi, at lesandi sjálvi kunna seg við egnar lestarar umstøður, og sjálvi ávirka. Føroya nevndin hjá MFS fæst sum kunnugt fyrst og fremst við at varpa ljós á hægri lestnað í Føroyum. Vit meta tað vera týðandi at myndugleikar og almenningurin sum heild, eisini skilir lestrar umstøðurnar frá sjónarhorninum hjá teimum lesandi sjálvum.

Jólaveitslan

tali, at tað sjálvdan er pláss at bjóða øllum heim til sín í lítlu íbúðina, men tað kemur tó fyri.

Í

vikuskiftinum hittast 45 føroyingar til jólaborðhald á einum vælumtóktum klubba í miðbýnum í Aberdeen, har vit hava leigað eitt hølið til alt kvøldið. Hesir føroyingar eru búsitandi í Aberdeen, flest eru í útbúgvingarørindum, einstøk arbeiða her, men eisini eru summi úr Edinburgh, Falkirk, Grimsby, St Andrew’s ið koma longu leiðina til Aberdeen fyri at halda jólaveitsluna saman við okkum. Og so kemur Finnur Jensen longu leiðina

Ferðasamband tvær ferðir í desembur

A

tlantic Airways hevur gjørt av at senda eitt flogfar til Aberdeen 14. og 17.desembur. Hetta er sera kærkomið hjá okkum lesandi, tí annars hevði heimferðin verið munandi longri og dýrari. Tá ið onki flogfar er millum

úr Aarhus at spæla tónleik fyri okkum. Sangheftini eru eisini klár og fólk hava funnið sær fínasta jólastás fram til høvið. Tað verður væntandi eitt væleydnað kvøld, og flestu føroyingarnir kennast frammanundan. Tað er gott samanhald millum føroyingar her í býnum. Tvey tey síðstu árini eru vit tó vorðin so nógv í Fjølnir desember 2007

Føroyar og Aberdeen, ella Stórabretland sum heild, er vanligt hjá føroyingum fyrst at flúgva til Danmarkar ella Noregs, áðrenn leiðin gongur til Føroyar. Tað, at Atlantic flýgur til Aberdeen 14. og 17.desembur, gevur familjum okkara har heima ein upplagdan møguleika at vitja okkum eitt vikuskifti í Aberdeeen, og 4

Navn: Rúna Jakobsen Aldur: 22 ár, 23 ár tann 15. desembur Bústaður: Tórshavn, Føroyar Lestur og á hvørjum semestri: Eg lesi Føroyskt á 3. sem., havi hjánám í Ítrótti Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Síðan marts 2007 Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Eg stilli upp, tí eg fegin vil vera við í arbeiðinum, sum virkar fyri umstøðum teirra lesandi. Eg vil serliga arbeiða fyri umstøðum teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum. Betri hølisviðurskiftir er eitt høvuðsendamál, og annars at virka fyri einum góðum lestrarumhvørvi. Navn: Jákup Emil Hansen Aldur: 25 ár Bústaður: Århus, Danmark Lestur og á hvørjum semestri: Stjórnmálafrøðið 5. semester Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg havi verið í ráðnum síðani 2005 Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Eg stilli upp aftur tí mær hevur dámt væl, at verið ein partur av arbeiðinum hjá MFS. Tá ráðið bleiv geografiskt víðka fyri einum ári síðani, meti eg tað var eitt stig á røttu leiðini hjá MFS. Tó hava tað verið summir koordinationstrupul eikar, sum eg gjarna vildi verið við at bøtt um komandi árið. Navn: Jógvan Svabo Samuelsen Aldur: 26 ár Bústaður: Keypmannahavn, Danmark Lestur og á hvørjum semestri: Jura, byrjið at lesa Bachelor aftaná jól. Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferð eg stilli upp. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Um man vil hava MFS at vera ein virknan, og livandi, felagsskap, er tað alneyðugt at tey lestrarpolitisku og sosialu tiltøkini fylgjast at.

17

Fjølnir desember 2007


Valevni til MFS-ráðið Navn: Torkil Ejdesgaard Aldur: 24 ár Bústaður: Aberdeen, Skotland Lestur og á hvørjum semestri: Eg taki eina Joint MA Hons. in International Relations & Sociology og eri á 4. ári, 1. semestur Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg havi verið í MFS í eitt ár. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Orsøkirnar hjá mær eru ikki broyttar tað stóra síðani eg stillaði upp fyri fyrstu ferð. Tað er at upplýsa fólk um hvussu tað er at lesa í Bretlandi og vónandi geva fólkið áhuga fyri at koma hendan vegin at lesa. Navn: Cecilia Nolsøe Poulsen Aldur: 22 ár Bústaður: Hvidovre, Danmark Lestur og á hvørjum semestri: Ha(psyk.) Erhvervsøkonomi og psykologi á 1. semestri Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Stilli upp fyri fyrstu ferð Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Eg vil vera við til at betra um viðurskiftini hja føroyskum studerandi uttanlands. Navn: Bergitta Dalsgaard Thomsen Aldur: 24 ár Bústaður: Keypmannhavn, Danmark Lestur og á hvørjum semestri: HA –Jur 5 semester Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg havi verið við sum tiltakslimur í ráðnum síðani marts 2007 Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Eg vil gjarna vera við í ráðnum og hjálpa MFS at menna umstøðurnar fyri føroysk lesandi og hjálpa felagnum at koma frameftir. Navn: Jógvan R. Simonsen Aldur: 25 ár Bústaður: Keypmannahavn, Danmark Lestur og á hvørjum semestri: Elektroingenør, skal byrja uppá tað, sum vónandi verður mítt næst seinasta semestur aftaná nýttár. Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Hetta er fyrstu ferð eg stilli upp. Hví hevur tú valt at stilla upp til MFS-ráðið? Millum annað fyri at vera við til at skipa fyri tiltøkum fyri føroyskum lesandi i Keypmannahavn. Fjølnir desember 2007

16

hava fleiri tikið av tí møguleikanum. Tað kann tykjast dekan ov drúgt at koma til Aberdeen at vitja fólk, tá ið man noyðist at millumlenda í øðrum londum á veg

vetrarfrí, páskafrí og summarfrí o.s.fr. so tað møguliga verður tikið til eftirtektar, tá ið ferðaætlan verður løgd fram eftir. Vónandi fara tey at taka av hesum

hertil. Tískil er tað ikki ofta, at fólk koma at vitja okkum. Vit eru tí sera takksom fyri, hvørja ferð eitt flogfar verður sett í rutu millum Føroyar og Aberdeen, ella Stórabretland sum heild.

tilboði. Smyril Line, ið siglir úr Hetlandi um veturin, bjóðar okkum lesandi bíligar ferðaseðlar, um vit ferðast við teimum, men tað er drúgt at fara til Hetlands um veturin, og tað er meira enn so komið fyri, at Norrøna ikki fær lagt at í Hetlandi fyri veður, so tað er ein kjansur, ið tey flestu ikki dáma at taka. Frægari er tó, tá ið vit fara heim í summarfrí, og ein fyrimunur við at sigla er, at tá ið ein siglir er eisini loyvt at taka meira ferðagóðs við enn í flogfarið.

Flogsambandið ikki sum fyrr

T

á ið eg byrjaði at lesa í Skotlandi var flogið tvær ferð um vikuna til Føroyar, og tað kom væl við at hava møguleikan at fara heim í vikuskifti, ella at fáa vitjan úr Føroyum viðhvørt, men hesin møguleiki er ikki til staðar longur. At koma heim til Føroyar er nakað heilt serstakt. Hetta við at ferðasambandið ikki er so regluligt ger kanska tað, at ein kennir seg nógv longri burtur frá Vágunum enn tann eina flúgvitíman og so hava vit bara hendan eina møguleikan at sleppa heim í longri tíð. Tað er tí so kærkomið, hvørja ferð eitt flogfar flýgur hesa leiðina. Ferðin heim er ofta stuttligt, tí vit eru sum eitt stórt ferðalag hvørja ferð, vit fara á flogvøllin í senn og sita har og bíða saman og sita saman í flogfarinum. Hetta er kanska eisini við til at styrkja samanhaldið millum okkum lesandi. Hvørja ferð vit siga farvæl við familju og vinfólk á flogvøllinum í Vágunum, tí vit skulu til Aberdeen aftur, siga vit eisini hey við øll hini, ið skulu til Aberdeen.

V

it hava próvtøkur í januar, so partur av jólaferðiuni fer ofta til lesnað – ella átti at farið til tað. Men tá ið ein er í Føroyum frá hálvan desembur til fyrst í januar er ikki lætt at seta seg at lesa. Tað er nógv lættari at verða fangaður av jólahýrinum við hús og í býnum. Gávur skulu pakkast inn og berast út, smákøkur skulu bakast, reyðkálið kókast, og jólaheilsanir í útvarpinum skulu hoyrast, jólatónleikur syngjast og jólaveitslur eru at fara í. So er tað jólaaftan, kirkjugongd, matur at stákast við og eta, og í fleiri dagar aftaná verður hugnað saman við familju og vinfólki. Og so er nýggjárið, har verður eisini gjørt nógv burturúr, og hugnin heldur áfram til tíðin er komin at venda aftur til Skotlands.

T

að hevði verið ynskiligt, at tað var betri ferðasamband millum Skotland og Føroyar. Men sum nú er, eru útlitini ikki góð. MFS Aberdeen hevur bjóðað seg fram at samstarva við Atlantic Airways, so at tey kunnu fáa at vita, nær ið vit fáa

5

Fjølnir desember 2007


Søgan um leyvuna, veðrin og samleikaskápið

Næsta

frukt, so tey lesandi har kunnu tryggja sær møguleikan at koma heim á jólum.

P

øroyanevndin hevur fingið samband við lesandi á Læraraskúlanum og Sjúkrarøktafrøðisk úlanum. Læraraútbúgvingin og Sjúkrarøktarfrøði eru vorðnar útbúgvingar, ið eru á bachelor støði, og sostatt kunnu tey lesandi á hesum lærustovnum nú gerast limir í MFS. Í framtíðini koma hesir skúlar at vera partur av ”Føroya Lærda háskúla”, og tí hevði tað verið ein fyrimunur at fingið tvørfakligt samstarv við tey lesandi á hesum lærustovnum, so tey lesandi í Føroyum kunnu vera betur umboðað í MFS og fáa eina sterkari rødd úteftir.

tiltak, ið MFS hevði á skránni í juli mánaði var, at vit hildu tað árligu Lestrarstevnuna. Á hesum sinni var evnið ”korini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum”. Stevnan var hildin í Miðlahúsinum, og nógv fólk var møtt til fundin og eitt gott og gevandi kjak kom í lag eftir framløgurnar. isudagur hjá MFS var í ár hildin í ungdómsdeildini hjá EIK á Tinghúsvegnum, og vit høvdu fingið Høgni Reistrup at spæla tónleik. Óvanliga nógv fólk var møtt hetta kvøldið, eini 80-100, so tað var nakað trongligt á loftinum hetta týskvøldið fyrst í august, men tiltakið eydnaðist sera væl.

Eftir at vit øll vóru farin í holt við lestnaðin

aftur eftir summarfrítíðina, fór virksemið hjá MFS eisini í gongd aftur í nevndunum. Århusnevndin var við til at skipa fyri Pisudegi í Århus, Keypmannahavnarnevndin skipaði fyri Introdegin fyri teimum, ið komu til Keypmannahavnar og nevndin í Aberdeen skipaði fyri einum Rús-túri í Aberdeen.

DURITA L. JÓANSDÓTTIR

at okkara lítli, illi og gessigi veðrur hjá Løgmansskrivstovuni ikki var heilt so vandamikil og øgiligur sum henda leyva. Restina av seminardegnum leitaðu tankar mínir til okkara gessiga veðr, og hann fekk meg av sonnun at vakna.

Í

seinasta blaði greiddu vit frá okkara ferð í dulda landinum við teimum túsund vøtnunum, Finnlandi. Vit luttóku á einum seminari, men eg havi tó altíð lyndi til um ikki at sovna, so detta í eina tilvitsstøðu við lágum blussi, tá ið eg siti ov leingi og lurti. Eg royndi tí at drekka so nógv vatn, sum eg kundi og royndi at fáa eyguni at hugsa um annað enn svøvnin, sum sníkti seg inn á meg. Eg eygleiddi alt millum himmal og jørð, men Morefeus var tó við at fáa fastatøkur á mær, so eyguni leitaðu nú berjandi upp á veggin og funnu brádliga finska ríkisvápnið, sum hekk har

Tit, sum ikki dagliga hugsa um, hvussu okkara vápnaskjøldur sær út, kunnu ímynda tykkum, at tit ein vakran bláan frostdag í brundtíðini í vetrarbrúna haganum renna tykkum í ein sera illsintan og álopshugaðan silvurlittan veðr. Kleyvarnar og hornini eru gullit, og tungan, sum hongur darlandi úr kjaftinum, er blóðreyð. Illsinta dýrið hevur bent skortin móti tykkum, er klárur

so tignarliga og hugdi at mær. Ríkisvápnið myndaði eina stóra myrkabláa leyvu. Hon stóð á afturbeinunum við opnum kjafti, hevði reyða tungu, gullkrúnu á høvdi og hevjaði við báðum frambeinum svørð høgt upp um høvur. Hon var til reiðar hvørja løtu at høgga niður á tann, sum fyri stóð. Eg hugsaði við mær sjálvum, Fjølnir desember 2007

at stúta, meðan høgra frambein trampar í jørðina, so græsrokið og gimaroykurin stendur í allar ættir, og meðan kynsgøgnini og serliga tey vælvaksnu eistini koma klárt og tíðiliga til sjóndar millum bæði afturbeinini. Hetta gessiga mytologiska skapilsið minnir kanska ikki sørt um sjálvt dýrið í Jóhannesar opinbering. 6

K

eypmannahavnarnevndin hevur leingi tosað um at samstarva við føroysku lestrarfeløgini í Keypmannahavn, so skipað varð fyri einum fundi við umboðum úr hesum feløgum í september mánaði. Fundurin gekk væl, og møtt vóru umboð úr fýra ymiskum feløgum. Hettar var ein sera gevandi fundur, har vit fingu greitt frá, hvussu feløgini kunnu fáa gagn av MFS, og hvussu vit kunnu samstarva í framtíðini.

B

æði Århusnevndin og Keypmannahavnarnevndin hava skipað fyri smærri sosialum tiltøkum í heyst fyri limunum, eitt nú J-degi og pub quiz og hesi tiltøk hava verið hampuliga væl vitjað. Men umframt øll tiltøkini ið MFS hevur skipað fyri gjøgnum árið, so er tað eisini nógv annað arbeiði, ið MFS fæst við, ið ikki er eins sjónligt fyri limir okkara, men sum er av stórum týdningi fyri okkum lesandi.

F

M

FS hevur í heyst eisini luttikið í ”Markleys útbúgving”. Umboð úr Føroyanevndini tóku sær av arbeiðinum hesum viðvíkjandi og stórur áhugi var fyri MFS henda dagin.

A

t enda kann nevnast, at MFS hevur fingið umboðan í nevndina fyri Stuðulsstovnin. Hetta vænta vit fer at koma øllum lesandi til góðar, tí vit á henda hátt betur kunnu gera rødd teirra lesandi galdandi í sambandi við stuðulin, sum tey lesandi fáa.

E

g havi her í høvuðsheitum greitt frá, hvat er hent í MFS síðan seinasta Aðalfund. Nógv er komið av skafti, og gleðiligt er at síggja, hvussu væl ætlanin við at fáa nevndirnar uttan fyri Danmark at gerast virknar, er eydnast.

E

g vil hervið ynskja komandi MFS ráði góða eydnu við arbeiðinum, og vóni at tað fer at gangast væl.

Gleðilig jól somul Fía Lindenskov forkvinna

E

itt nú kan nevnast, at MFS hevur skrivað viðmerkingar til álitið, ið Mentamálaráðið hevur skrivað um Føroya Lærda háskúla. Nevndin í Aberdeen hevur havt sum mál at fáa betur samstarv við Atlantic Airways, tí ferðasambandið hjá teimum lesandi í Skotlandi hevur verið sera vánaligt, serliga á jólum, og nú í heyst hevur hettar víst seg at hava borið

15

Fjølnir desember 2007


Árið, ið fór

Hesin

vælsignaði heraldiski veðrur var fyri fyrstu ferð almannakunngjørdur á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fyri umleið 4 árum síðani. Fólkini munnu hava

S

kjótt er enn eitt ár um at vera komið at enda, og nú er tíð til at taka saman um, hvat er hent í MFS høpi seinasta árið.

3

. mars í ár varð Aðalfundurin 2007 hjá MFS hildin í Áarstovu í Århus. Á Aðalfundinum var nýtt ráð mannað. Hetta var stór broyting í MFS høpi, tí nú var eitt ráð sett saman við ráðslimum, ið umboðaðu føroyingar úr trimum londum; Føroyar, Skotland og Danmark. Áður hevur MFS arbeiðið so gott sum einans gingið fyri seg í Danmark, og serliga Keypmannahavn. Leingi hevði verið tosað um at broyta hettar, og nú var endiliga hent okkurt á økunum. Á aðalfundinum vóru nevndirnar undir MFS broyttar soleiðis, at tað umframt tær nevndirnar ið áður hava verið undir MFS nú eisini kom ein Føroyanevnd og ein Aberdeennevnd. Áðurnevnda Trivnaðarnevndin varð broytt til Keypmannahavnarnevndina.

A

ðalfundurin gekk væl, hóast tað ikki møttu aðrir limir upp enn tey, ið ætlaðu sær at stilla upp til ráðið, men hetta kom ikki óvart á okkum, tí soleiðis hevur tað víst seg at verið seinastu árini. Um kvøldið skipaði MFS fyri tónleiki og pub quiz í Áarstovu, og líttla hugnaliga hølið var á tremur við fólki í góðum lag.

pub quiz, ølsmakking, og tónleikatiltøk við fyriskiparunum av Summarfestivalinum og G! Festivalinum.

Í

juli mánaði, tá flest allir ráðslimirnir í MFS vóru heima á klettunum, avgjørdu vit í ráðnum at fara ein túr uppá Slættaratind. Vit møttust í Funningi, har vit høvdu fingið ein staðkendan mann at fylgja okkum niðan á Tindin. Vit vóru eini 6 fúsir MFS’arar ið høvdu brynjað okkum til at fara avstað hendan morgunin, men tíanverri høvdu okkara kæru oyggjar betur hug til at balla seg undir mjørkadýnuni, so hugsingur var ikki um at fara niðaná. So í staðin gingu vit ein lættan og góðan túr fram undir Vaðhorn, ímeðan vit fingu fleiri góðar søgur fortaldar.

F

yrsta avbjóðingin hjá nýggja MFS ráðnum var, hvussu vit skuldu skipa ráðsfundirnar framyvir. Vanliga hevur ráðið samlast í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men nú tá vit vóru spjadd yvir trý lond, mátti alnótin takast í brúk, og vit avgjørdu at skipa fundirnar yvir SKYPE.

R

áðið avgjørdi, sum nakað av tí fyrsta, at flyta árliga aðalfundin hjá MFS til at liggja ímillum jól og nýggjár. Hetta tí at flest lesandi eru í Føroyum um hetta mundið, og sostatt ber til at spara nógvan ferðakostnað. Tær staðbundnu nevndirnar fóru skjótt undir at skipa fyri tiltøkum fyri limum teirra og lesandi sum heild.

K

omin oman aftur í bygdina fingu vit bjóðað flógvar og góðar pannukøkur, so hóast vit ikki sluppu upp á Slættaratind, so høvdu vit haft ein frálíkan túr. Um kvøldið savnaðust vit aftur niðri á matstovuni Hvonn og fingu ein góðan bita. Tað var sera hugnaligt at møta øllum, sum vit annars einamest samskifta við yvir alnótina, og tað vóru fleiri, ið møttu hvørjum øðrum á fyrsta sinna henda dagin.

A

v tiltøkum í vár kan nevnast at Århusnevndin skipaði fyri fundi í Åarstovu við Jørn Astrup Hansen sum framløguhaldara. Keypmannahavnarnevndin skipaði fyri fleiri socialum tiltøkum í Føroyahúsinum, eitt nú

Fjølnir desember 2007

14

bíðað spent eftir nýggja samleikanum hjá Føroyska myndugleikanum í hesum fyrrverandi kongaliga einahandlinum. Tað gamla, runda, sympatiska og næstan smílandi veðrahøvdið hjá Løgmansskrivstovuni skuldi nú fáa eitt nýmótans look. Tá nýggi veðrurin var avdúkaður, vóru meiningarnar heldur ymiskar. Tað gamla veðrahøvdið hevði nú fingið kropp og nógv annað afturat. Veðrurin hevði kanska fingið eina ið so stóra kosmetiska skurðviðgerð. Spurningurin var millum annað, um hesin veðrur var sømiligur at nýta sum ímynd um Føroyar og føroyskt vald. Onkur helt, at man heldur kundi havt gjørt veðrin eitt sindur fittari. Tað var ikki neyðugt við hasari agressivu slangukendari tunguni, og annað afturbeini kundi kanska traðka longur fram soleiðis, at man slapp undan at síggja hansara tíðiliga klokkuspæl – kalleyðkenni – dingla millum beinini.

M

en so er tað tað, at teir kønu siga, at veðrurin eigur at vera so, at hann sær út, sum hann ger, tí hann skal fylgja ávísum miðaldargomlum heraldiskum meginreglum. Tað gamla og fitta veðrahøvdið var ikki teknað rætt og hoyrdi ikki heima sum heraldiskt brand fyri okkara hægsta embæti. Tað liggur sostatt stór vísindi, list og stórur kunnleiki aftan fyri nýggja heraldiska veðrin. Tá eg hetta hoyrdi, byrjaði eg beinanvegin at kroysta meg til at góðtaka veðrin. Tí um listin sigur, at hann skal vera so, nyttar meiningin hjá okkum smáborgarum lítið. Okkara kvalitetssansur hevur tá lítið

vald. Um nakar er áhugaður í keðiligum tekniskum smálutum, kann eg leggja afturat, at heraldikkur er ein vísind um, hvussu vápnaskjøldur og vápnamerki skulu síggja út, men tað er eisini ein listagrein, sum fylgir fyrrnevndu heraldisku meginreglunum. Tað eru t.d. ávís krøv um, hvussu myndin á vápnakjøldrinum skal tulkast, hvussu litirnir skulu setast saman, og hvar ymisku motivini skulu setast. Tað verður tilvitað gjørt ov nógv burtur úr kleyvum, hala, tungu v.m. – eisini kynsgøgnunum. Meiningin er, at motivið á vápnaskjøldrinum skal hava listarligar og sálarligar avleiðingar, fáa fólk at vakna og øtast. Eg veit ikki, hvussu stóra listarliga avleiðing veðrurin fær, men sálin verður so í øllum førum ikki sørt ávirkað av øllum hansara yvirgjørdu smálutum.

M

en hví skulu vit yvirhøvur hava ein vápnaskjøldur? Ein kann siga, at tað var bara har, at vit hava arvað siðin við einum vápnaskjøldri frá okkara forfedrum. Kanska hava vit ikki hildið hann vera so býttan, tí vápnaskjøldurin skilir ymisku myndugleikarnar frá hvørjum øðrum og gevur teimum ein allmennan samleika. Gomlu skotsku slektirnar høvdu sítt egna mynstur ella tartan í kitlinum, fyri at skilja seg frá hvørjum øðrum. Riddararnir bóru merkið hjá kongi á skøldrinum. Tað er eisini her frá orðið vápnaskjøldur stavar. Ì Norðurlondum halda vit eisini dúgliga fast um vápnaskjøldurin. Finnland hevur leyvuna, Svøríki hevur tríggjar krúnur, Danmark tríggjar leyvur og Grønland hevur eina ísbjørn. Vápnaskjøldurin umboðar statin, kong og sostatt samleikan hjá tjóðini. Á meira modernaðum máli kunnu vit eisini kalla veðrin fyri okkara nationala logo ella brand.

7

Fjølnir desember 2007


Um vit eru samd um, at ein vápnaskjøldur

er okkurt yvir einum veðri, sum ger tað natúrligt hjá honum at standa og trampa á einum vápnaskjøldri uttan at skammast yvir kyn sítt.

ikki er tað allar býttasta, sum okkara forfedrar hava funnið uppá, kunnu vit tó loyva okkum at spyrja, um henda heldur ósømiliga veðramynd er tað, sum ímyndar Føroyar best. Vit kundu eisini havt valt onkra aðra livandi veru. Føroyar kundu tað sama havt toskin á vápnaskjøldrinum. Hann eigur so í øllum førum lívið í okkum í dag, hóast vit ikki takka honum nakað serligt fyri hetta, men velja at oyða hann í staðin. Eg kann tó ímynda mær, at ein kaldur toskur við kensluleysum támutum eygum og uttan sjónlig kynsgøgn ikki er líka væl egnaður til at gerast øgiligur, gessigur og álopshugaður. Hann smoyggir sær kanska ov lætt um allar heraldisku meginreglurnar. Toskurin er heilt einfalt ov keðiligur at hyggja at. Harumframt dámar føroyingum væl veðrin sum súmbol, tí hann hevur sínar søguligu røtur, tí hvat upptekur føroyingin meira enn seyður í skurðtíðini? Veðrurin ímyndar bóndasamfelagið, lív, gróður, mat, alt ullint, mentan og sjálvt heitið

V

it eru stolt av veðrinum. Hann er okkara almenna tjóðskaparliga stempul. Hann ger okkum øgilig og sjónlig móti teimum stóru úti í heimi. Kanska vilja vit við potenta og hornmikla veðrinum hylja okkara lítlu stødd og sera lítla vald í altjóða høpi. Gamli veðrur var kanska ið so fittur og vandaleysur at líta á við sínum purluta høvdi. Nýggi veðrur vísir við øllum kroppi sínum eitt øðrvísi lyndi í føroyska fólkinum, ein agressivan vilja til nýskapan, sum kanska er komið við altjóðagerðini. Vit eru ikki longur ein vælvardur og goymdur blettur í norðuratlanshavinum, har menn ganga við prikanti ullintu troyggjuni niðri í buksinum, og konufólkini bert turka fisk. Nýggi veðrur er sostatt gjørdur vandamikil, og hevur mist sítt sakloysi. Hann er ein dundrandi Høgni Hoydal, ein brádliga stútandi Kári P. Højgaard ella ein sníkjandi Edmund Joensen. Hann trampar í jørðina framman fyri okkum og vísir á, at bert vit hyggja upp í ættina, so mana vit fram okkara sanna veðurbarda og víkingaliga sinnalag. Um vit einki fáa ígjøgnum á politiska leikpallinum úti í stóru verð, so hava vit um ikki annað veðrin, sum kann gálva eftir umheiminum. Men líka mikið, hvussu stóran vit gera veðrin her heima á klettunum, slepst ikki undan, at hann

Føroyar. Vit kenna okkum aftur í veðrinum – í øllum førum føroyska mannfólkið. Kendasti veðrurin man vera tann grøni og svalandi pilsnarin hjá Føroya Bjór. Onkur kønur hevur eisini teskað mær í oyrað, at veðrurin er nýttir, tí at teir gomlu miðaldarføroyingarnir høvdu hann sum ímynd, og so er veðrurin eisini á onkrum av kirkjubøstólunum. Hava mergjaðu miðaldarføroyingarnir nýtt veðrin í síni dómkirkju, ja, so kunnu vit ikki annað enn gera tað eisini. Tað halda í øllum førum tey kønu, sjálvt um eg sum konufólk ikki kann vera heilt samd í, at veðrurin umboðar meg á bestan hátt. Eg kenni meg meira aftur í súluni ella tjaldrinum. Tó má eg ásanna, at veðrurin hevur eina sera stóra søguliga og mytologiska megi í føroyska samfelagnum. Hann hevur horn, og tað Fjølnir desember 2007

hóast alt er bæði minni og meinaleysari samanborið við eitt nú finsku tignarligu leyvuna, fyri ikki at tosa um týsku ørnina, men tað er ein heilt onnur søga. Nú eru framløgurnar eisini lidnar og eg eri klárvakin. Á veg út í ta frísku finsku oktoburluftina haldi eg meg síggja finsku leyvuna blunka til mín. 8

Hanus kamban – hjarta uttan fylgisneyta

Herman bang 150 ár.

BERGITTA D. THOMSEN Bókaummæli Bókin snýr seg um lívið hjá Hermanni Bang, ið var føddur á oynni Als í 1857. Herman Bang var, sum tey flestu vita, samkyndur og livdi í einari tíð, har tann samkyndi lívsstílurin ikki bara var atfinningarverdur, men beinleiðis ólógligur. Tað, sum eyðkendi Hermann Bang, og sum hann seinni eisini er kendur fyri, er helst sín impressjónistiska skrivihátt. Hann var ein eygleiðari og dugdi at skriva eina søgu, geva eina persónslýsing og forklára ein stemning út frá eygleiðingum. Impressjónisman er, sum orðið ljóðar, ein stílur við “impression”, altso einum marki ella dámi. Skrivihátturin var sostatt ikki forklárandi, men gav lesaranum møguleikan at tulka eina støðu ella ein persón við at lesa “millum reglurnar”. Bókin vendir sær mest til lesaran, ið hevur eitt sindur av vitan um Hermann Bang, hansara lív og hansara tekstir. Lesarin, ið kennir til Herman Bang ella hansara tíðaranda fær helst størri gleði úr bókini. Lesarin, ið ikki er so kendur við tann impressionistiska skriviháttin ella teir rithøvundarnar, ið livdu og skrivaðu um Herman Bangs tíð, fáa ikki líka stóra gleði úr bókini, men hon er løtt at lesa og kann tískil verða lærurík. Bókin er eitt essay og við sínum lætta formi er hon løtt at

lesa. Essayið gevur eina gjølla gjøgnumgongd av menningini hjá Hermanni Bang sum rithøvund. Lívið hjá honum verður samsvarandi tikið uppí og fylgt rímiliga kronologiskt. Við hesum verður hugt eftir, hvat, hví og hvussu søgurnar hjá honum verða til. Stílurin hjá Hanusi sæst tó væl aftur. Hansara stóru orð og poetisku setningar kunnu til tíðar blíva nakað flóktir at skilja. Innleiðandi orðini hjá Leonard Cohen: “And I sing this for the captain whose ship has not been built...” hóska væl til Hermann Bang. Orðini søgdu mær nakað heilt annað eftir, at eg hevði lisið bókina. Allarhelst var tað ein samkensla fyri høvuðspersóninum. 13

Fjølnir desember 2007


lestrar relevant arbeiði ger, at tínar konkretu praktisku royndir kunnu refererast til teori, og ger hetta lesnaðin nógv lættari. Ella tað at koma á eitt arbeiðspláss, har tú heilt kanst kobla frá og ikki nýtist at hugsa um skúlan, lættir eisini um skúlagongdina. Peningaliga er tað heldur eingin loyna, at SU ikki strekkir serliga langt inn í mánaðin. Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, hvussu tey koma best gjøgnum lestnaðin

Alt ann uppá hvat ein lesur og hvat arbeiði

ein kundi hugsað sær. Men innanfyri mítt øki og út frá mínum royndum vildi eg sagt: Netverka! At hava eitt breitt og gott netverk, meti eg hava alstóran týdning, serliga í vinnulívinum. Tað var nevnliga ein, sum hevði peikað á mínar royndir frá Summar Festivalinum, ið hevði mælt Sansir til at bjóða mær arbeiði. Og tað var soleiðis, at hesin møguleikin stakk seg upp. Tí er tað umráðandi ikki bert at sita niðurgrivin í bókunum. Góðar arbeiðsroyndir, sum ein kann vísa afturá eftir lokna útbúgving, gera tað eisini heilt sikkurt lættari at fáa eitt gott arbeiði. Eg trúgvi at fyritøkur sum heild, í alt størri mun fara at ganga eftir, hvørjar arbeiðsroyndir ein hevur. At ein eftir lokna útbúgving eisini hevur onnur úrstlit, umframt próvtøl, at vísa á, hevur tí eins stóran týdning.

BúK – Búskaparfrøðislesandi í Keypmannahavn BúK er felagið hjá føroyingum, sum lesa búskaparfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn (cand. polit.). Felagið varð stovnað í februar í 2005 á studentagarðinum Egmont á Eysturbrúgv. Endamálið hjá felagnum eru m.a. at veita kunning til nýggjar føroyingar á lesnaðinum, menna fakliga førleikan hjá limunum, styrkja bondini millum limirnar og stimbra kjakið um búskaparlig viðurskifti. BúK hevur verið til fyrilestrar um skattapolitikk, vælferð, pengapolitikk og virðisbrævahandil. Harumframt skipar felagið sjálvt fyri viðkomandi fyrilestrum. Limirnir hava verið á skeiði í búskaparfrøðiligum forritanarmáli, og felagið skipar fyri limaveitslum. BúK hevur eisini eina heimasíðu sum vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri búskaparfrøði - www.buskapur.com.

Fjølnir desember 2007

12

Fráfarandi ráðslimir Navn: Fía Lindenskov Aldur: 28 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg havi verið við í MFS ráðnum í næstan tvey ár og havi verið forkvinna síðani seinasta aðalfund. Eg velji at fara úr ráðnum nú tí eg vænti mær barn nummar tvey í vár, so eg fari ikki at hava tíð til at vera við longur Navn: Durita L. Jóansdóttir Aldur: 26 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Havi verið við í tvey ár, og eg stilli ikki upp aftur. Tíðin í MFS hevur verið fantastiska lærurík, men nú gangi eg aðra leið inn á arbeiðsmarknaðin, Varð cand.mag tann 29. mars 2007 juhuuu!!! Navn: Súsanna Husgaard Niclasen Aldur: 26 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Síðan oktobur 2005 Navn: Malan Ludvig Aldur: 26 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Síðan septembur 2005 Navn: Katrin Sørensen Aldur: 26 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Síðan marts 2007 Navn: Cecilia Rasmussen Aldur: 22 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Eg havi sitið í ráðnum síðani mars 2007 Navn: Erla Petersen Aldur: 22 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Síðan marts 2007 Navn: Hjørdis Klein Aldur: 25 ár Hvussu leingi hevur tú verið við í MFS-ráðnum? Tiltakslimur síðan marts 2007 9

Fjølnir desember 2007


Headhuntað heim til Føroya

Gunnvá saman við vinkonum Sóley (tv) og Lisa (th)

Sum 23 ára gomul valdi Gunnvá Gaard, sum so mong onnur, at flyta heimanífrá niður á Oyrasund í Keypmannahavn at nema sær útbúgving. Eftir tann nattúruliga ivan, um hvat ein skal velja, fall valið á virkisleiðslu. Lítið visti hon tá, at eftir einans at vera komin gott hálva leið í útbúgvingini, skuldi blíva headhuntað heim til Tórshavn at arbeiða hjá lýsingarfyritøkuni Sansir.

JÓGVAN SVABO SAMUELSEN

veg eg ætlaði mær. At tað so bleiv til virkisleiðslu, sum eg nú eri byrjað uppá á yvirbygninginum, tykist kanska ikki so langt frá har mín áhugi og forvitni av fyrstani tíð byrjaði. Og nú í septembur 2008 er ætlanin umsíðir at fara til okkurt annað land at lesa víðari.

Hví valdi tú at fara til Keypmannahavn at lesa?

E

g havi altíð ætlað mær at farið á universitet at lesa. Meiningin var at taka eitt ár í Keypmannahavn og síðani fara til Oxford at lesa víðari. Tá ið eg ivaðist í um tað skuldi verða matematikk ella sosiologi, valdi eg at taka eina basis útbúgving á RUC. Her kundi eg soleiðis føla meg fram og betur finna útav, hvønn Fjølnir desember 2007

Hevur tú fingist við nakað annað undir lestrinum?

J

a, umframt lesnaðin havi eg arbeitt sum servitrisa á Hotel Hilton. Síðstu 10

summarferiu fekk eg ein stóran leiklut á Summar Festivalinum, har eg fekk bjóðað arbeiði sum samskipari. Í hesum starvi fekk eg verðuliga roynt mína teoretisku bakgrund í praksis. Somuleiðis fekk eg staðfest, at eg hevði valt røttu útbúgving, og at hetta virkuliga var nakað, eg ynskti at arbeiða við.

mína vitan, tí eg verði stimbrað fakliga, tá tað eru sera vælútbúgvin fólk, sum starvast har. Hetta gevur mær somuleiðis góðar royndir og betri møguleika fyri at tilrættisleggja mín lesna víðari.

Hvat inniber títt starv?

a, eg eri lestrarvirkin. Eg havi júst verið til eina skriftliga próvtøku, sum eg fekk latið inn elektroniskt. Men av tí at eg havi okkurt kursus, har eg havi møtuskyldu, verður lestrartíðin kortini longd. Eisini havi eg eina meiri umfatandi uppgávu, sum eg nokk bíði við at skriva.

Á

Sansir samskipi eg innihaldið og lýsingarnar í Føroyakortinum og Tourist Guide’ini. Eisini eri eg lýsingarráðgevi og havi onkrar redaktionellar síður á Kvinnu, sum Sansir gevur út. Hvat dámar tær best við tínum starvið?

E

g eri rættuliga glað fyri mína avgerð um at flyta heim til Føroya í eitt ár. Arbeiðið er sera dynamiskt, spennandi og avbjóðandi. Á Sansir fai eg veruliga roynt

Ert tú framvegis undir útbúgving?

J

Heldur tú at tað er gott at hava arbeiði meðan ein lesur?

H

etta meti eg at vera individuelt. Um arbeiðið ikki órógar lestanaðin alt ov nógv, so kann eitt arbeiði við síðuna av verða rættiliga gevandi. Eitt 11

Fjølnir desember 2007

Fjolnir 2007 Desember  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you