Page 1

M F S Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - Føroyahúsið - www.mfs.fo

KOMANDI TILTØK Í KEYPMANNAHAVN

Meginfelag Føroyskra Studenta

FJØLNIR Árgangur 23 - 2. útgáva - apríl 2007

Hóskvøldið 3. Mei SKRÁIN: STEINTÓR RASMUSSEN fortelur um íverksetan & Summar Festivalin ARNFRÍÐ LUTZEN & INGI ISAKSEN spæla tónleik frá bólkunum á Summar Festivalinum og øðrum >> FØROYSKUR DREYMABÓLKUR AVDÚKAÐUR ! << “ONE

NIGHT ONLY” TILBOÐ!

Limir í MFS fáa avsláttur av festivalbilletunum!

Hóskvøldið 31. Mei SKRÁIN: BOYS IN A BAND ársins nýggji bólkur í Føroyum! JÓN TYRIL greiður frá um menning av G! Festivalinum og bólkunum í ár. “ONE

NIGHT ONLY” TILBOÐ!

Limir í MFS fáa avsláttur av festivalbilletunum!

Próvtøkustrongd SÍÐA 4

>> ØLL TILTØK ERU ÓKEYPIS HJÁ LIMUM Í MFS! << w w w. f a r o e h o u s e . d k / / w w w. m f s . f o / / w w w. s k a r v. i n f o

Kærleikans ljós og skuggamyndir SÍÐA 8

Jørn Astrup í Århus SÍÐA 10

Stak hugnaligt í Reinshúsum

SÍÐA 12


Góði MFS limur!

Millum tvær Negl! Navn og aldur: Bjarni Lamhauge, 26 ár

FÍA LINDENSKOV

Hvaðani ert tú? Ghetto’ini Undir Brúnni/Tórshavn. Eri í løtuni búðsitandi í Keypmannahavn.

N

ú tú hevur fingið ta nýggju várútgávuna av Fjølni upp í hendurnar, stendur tú ivaleyst í somu støðu sum mong onnur lesandi í hesum døgum. Veðrið gerst alsamt lýggjari, alsamt fleiri tiltøk tykjast áhugaverd at fara til, og vinir tínir finna alsamt uppá fleiri og fleiri góð hugskot og biðja teg um at møtast og gera eitthvørt stuttligt saman, og tú vilt sooooo fegin sleppa við til alt í stendur í boði og sleppa at njóta várið og tað lýggja veðrið. Men men men....samvitskan sigur tær, at tú átti heldur at nýtt tíðina í dag til at fyrireika teg til komandi próvtøkurnar, ið standa fyri durum.

Hvat lesur tú og hvar? Lesi til byggifrøðing á Københavns Erhvervsakademi úti á Nørrebro Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Læs medicin í eitt ár... og fekk heitið Cand. med! ígjøgnum. Og flestu lesandi munnu við jøvnum millumbilum minna seg sjálvi á, at tá síðsta royndin er farin aftur um bak, SO byrjar lívið aftur!!!

V

it fara í hesari útgávu av Fjølni at varpa ljós á trupulleikan við prógvtøkuangist, og fara at koma við góðum ráðum um, hvussu tú kanst takla trupulleikan við angistini fyri próvtøkum, og hvar tú kanst fáa hjálp at koma ígjøgnum hesa tíðina, sum fyri mong er ein sera strævin tíð. Vit vóna við hesum at kunnu rætta eina hjálpandi hond til tykkum, sum fyri tíðina sita undirdýgd við pensumlistum, uppgávum, høgum krøvum, ið tit seta tykkum sjálvi og ikki at gloyma ringari samvitsku.

K

ennir tú teg aftur? Ja so kunnu vit troysta teg við, at tað eru mong, ið eru í somu støðu sum tú.

T

að eru nøkur, ið eru før fyri at leggja tíðina til rættis soleiðis, at tað bæði gerst møguligt at njóta tíðina saman við vinum og familju við góðari samvitsku og hóast tað koma heilskødd gjøgnum próvtøkurnar, men tað eru tó fleiri, ið ikki kenna seg før fyri hesum, og eru tí sera stúrin í tíðini upp til próvtøkurnar, ja so stúrin at bæði tann tíðin ið skuldi verið nýtt til at slappa av, og tann tíðin ið skuldi nýtast til lestnað tykist sera tung at koma

H

óast próvtøkurnar, ið standa fyri durinum óiva fylla nógv í tínum tonkum í løtuni, so er tað ikki tær, ið skulu sleppa at fylla alt í hesari útgávuni av Fjølni, eins

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Århus (Áarstova) Týsdag: Kl. 16.00 - 18.00

+(45) 33 25 02 10

BLAÐSTJÓRN Durita L. Jóansdóttir (formaður) Malan Ludvig Fía Lindenskov Bergitta D. Thomsen Kate Hammer Malan Kastalag PRENT MFS-skrivstovan í KBH.

Ert tú glaður fyri valið, tú hevur tikið? Ja, tad eri eg absolut, men skal so eisini viðganga, at ivin hevur víst sítt andlit av og á. Hvat gert tú í tíni frítíð? Har er so nógv! Lurti nógv eftir tónleiki... serliga tá eg siti og geri skúlating. Royni at síggja so nógv sum møguligt til vinfólk og familju her á Sælandi og í Jútlandi. Sjónvarpið tekur eisini sín part av fríðtíðini, kanska eitt sindur for nógv til tíðir. Styrkivenji og súkkli nakrar ferðir um vikuna og ymiskt annað. Besti sangur? Har eru bara for nógvir!!! Besti tónleikabólkur? Uhhhhh... har eru jú so nógvir favorittar, og tað veldst jú eisini um, hvat slag av tónleiki tað er, men Red Hot Chili Peppers hava altíð verid ein av mínum yndisbólkum og The Cure hevur eisini ognað sær eitt fyrsta pláss. Besta sjónvarpsrøð? Beint nú má tad vera Prison Break og Jericho. Besta bók? 1984 – George Orwell og Along Came a Spider – James Patterson Besti filmur? Hmmm... har eru jú so nógvar filmsgreinar... men eitt gott boð vil vera kultfilmurin hjá Quentin Tarantino– Pulp Fiction Lekkrasti sjónleikari? Shannyn Sossamon Hvat er títt motto? Carpe Diem Caveat Emtptor Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Homer Simpson Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldisflokkin Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ja, av og á.. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Tad veit eg ikki... inn í millum! Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Ein helikoptara... Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Ragnar Poulsen! Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Familju og vinum. Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðugur? Ja, men akkurát nær tað verður, er ringt at siga. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Okkurt gott til foreldrini og ein sjálvan, og so tey vanligu 20 kiloini. Hví halda vit jól? Fyri at minnast og gleðast um Jesu føðing. Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum tvær negl? Action Force ella Playmo? Hvønn persón hevði tú viljað sett millum tvær negl? Høgna Andersen

(+45) 26 74 83 21

14 Fjølnir apríl 2007

2

Fjølnir apríl 2007


og tær heldur ikki eiga at sleppa at køva alt annað í tínum huga.

er Keypmannahavn ikki tann upplagdi miðdepilin fyri MFS longur, og av tí sama hava vit í MFS í longri tíð havt eitt ynski um betur at nøkta tørvin hjá teimum lesandi, eisini uttan fyri Danmark. Seinasta árið hevur MFS havt samband við lesandi av Fróðskaparsetrinum og úr Aberdeen, fyri at fáa tey at gerðast virkin í MFS ráðnum. Á aðalfundinum í mars valdi MFS at bjóða umboðum úr Aberdeen og Føroyum við á fundin við tí endamáli at skipa virknar lestrarnevndir hjá MFS á hesum støðum. Torkil Ejdesgaard kom úr Aberdeen og Rúna Jakobsen og Janus av Ryggi komu av Fróðskaparsetrinum. Á aðalfundinum vórðu tískil tvær nýggjar nevndir stovnaðar, og sostatt kann MFS nú við stoltleika boða frá, at vit nú eru umboðað í fýra lestrarbýum, har nógvir føroyingar lesa: Tórshavn, Aberdeen, Århus og Keypmannahavn, so nú er MFS umsíðir vorðið ein breiðari felagsskapur geografiskt, og vóna vit tí at gerðast ein lestrarfelagskapur, ið enn fleiri limir føla seg knýttan at.

V

it fara millum annað at nema við møguleikan at velja øðrvísi útbúgvingarleiðir, og bera í hesum blaði fram grein frá einari føroyskari kvinnu, ið hevur valt sum hjálestur at nema sær eina privata útbúgving sum sexolog í Danmark. Við hesum vilja vit gera vart við teir óteljandi útbúgvingarmøguleikar, ið eru. Einans hugflogið setur mørk.

S

F

kaffimunn ella temunn hita vælindið hetta sera kalda várkvøld, og uppaftur onnur vildu søta tunguna við sodavatni ella víni. Ein suðuroyingur vildi tó ikki leggja ov hart út, við tað at hann skuldi spæla fótbóltsdyst morgunin eftir. Sum kvøldið leið, varð tó einki óført, og tá farið var at lýsa, pakkaði hesin unglingi tó saman við okkum øðrum, heldur moyrur. Vit vóna, at lið hansara vann dystin....í 4. deild.

øroyanevndin gleðist um kvøldið og tær sømdir, sum setrið hevur víst okkum. Fyri framman liggur at fáa eina fasta skrivstovu og høli, har øll lesandi á setrinum kunnu hugna sær saman, tvørtur um fak og útbúgving. Reinshús er so avjørt eitt gott høvi til tess. Vit vóna, at tiltakið er ein liður í framhaldandi menningini av sambandinumð millum lesandi á ymisku deildinum, so at vit saman leggja lunnar undir eitt gott og stimbrandi lestrarumhvørvi á okkara føroyska unisversiteti.

íðani seinastu útgávu av Fjølni er nógv hent í MFS høpi. Á aðalfundinum hjá MFS 3. mars, ið var hildin í Áarstovu í Århus var nýtt MFS ráð valt. Doris Bjarkhamar, ið hevur verið forkvinna í MFS síðani síðsta aðalfund og íðin MFS limur í fleiri ár, hevði valt at siga sessin frá sær til aðalfundin. Samstundis valdi Jóhan Pauli Helgason, ið hevur verið skrivstovumaður á MFS skrivstovuni í Keypmannahavn og kassameistari og næstformaður síðani seinasta aðalfund og virkin ráðslimur í mong ár, eisini at taka seg úr ráðnum. Bæði hava gjørt eitt sera stórt arbeiði í MFS høpi, og vit vilja tí takka teimum fyri alla ta nógvu orku tey hava lagt í MFS!!!

S

um nýggj forkvinna í MFS ráðnum vil eg her greiða stutt frá um meg sjálva.

E

g eiti Fía Lindenskov, eri 28 ár og fødd og uppvaksin í Havn. Eg lesi fólkaheilsufrøði á triðja ári, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og eri búsitandi í Valby, saman við unnusta mínum og soni okkara. Eg havi einans verið virkin í MFS ráðnum síðani aðalfundin í 2006, men eg havi verið virkin í nevndararbeiði í ymiskum øðrum ungmannafelagskapum í Føroyum, og vóni tí, at henda barlast verður mær góð, nú eg eri vald sum forkvinna í MFS.

MFS vil eisini nýta høvið at takka hinum,

ið hava arbeitt fyri MFS ella verið virkin í ráðnum síðan aðalfundin í 2006. Hesi eru Anna Rein, Rógvi Joensen, Hanna Vágsheyg, Jákup Sverri Kass, Suffía við Stein og Selma Kristiansen.

Á

aðalfundinum varð nýggja MFS ráðið mannað og í ráðnum sita nú: Fía Lindenskov, forkvinna, Jákup Emil Hansen, næstformaður, Súsanna H. Niclasen, kassameistari, Malan Ludvig, skrivari, Cecilia Gjerding Rasmussen, Durita L. Jóansdóttir, Erla Petersen, Janus á Ryggi, Katrin Sørensen, Rúna Jakobsen og Torkil Ejdesgaard. Tiltakslimir eru Bergitta D. Thomsen og Hjørdis Klein.

E

g gleði meg at síggja nógv nýggj andlit til okkara tiltøk, ið eg vóni, at tit fara at taka væl ímóti. Sí skránna á www.mfs.fo

Vinarliga

M

FS hevur hildið til í Danmark, við høvuðssæti í Keypmannahavn síðani stovnanina í 1962. Men av tí at alsamt fleiri lesandi velja at lesa aðrastaðni, so

fólk huganðu sær óført í Reinshúsið Fjølnir apríl 2007

13

Fía Lindenskov

3

Fjølnir apríl 2007


Próvtøkustrongd

Stak hugnaligt í Reinshúsum

fortreð av próvtøkum, og sum saman við tveimum sosialráðgevum og øðrum lesandi kunnu tosa um hesar trupulleikar. Eisini hevur tað her týdning, at tann einstaki lesandi upplivir, at tað ikki bert er ein sjálvur, sum hevur hesar trupulleikar.

at lestrarbygnaðurin er ymiskur á teimum ymisku útbúgvingunum, og kanska serliga ymiskur millum lond, so er tað mest vanliga enn uttan iva, at lestrarárið verður býtt upp í tvær lestrarhálvur – sokallað semestur, og hesar hálvur enda sum øllum kunnugt við próvtøkum í ávíkavist januar og juni, og nú nærkast tíðin enn einaferð einum ”próvtøku-mánaði”!

E

g havi sjálv verið við í hesum terapibólki, sum varar frá novembur til hálvan januar, og niðurstøðan er sera positiv. Tað var øgiliga gott at kunna tosa við onnur um próvtøkutrupulleikar. Um strongd og angist, og hvat annað nú er. Vit vóru íalt 8 lesandi – alt konufólk – og saman við tveimum sosialráðgevum fingu vit tosa um tað, sum rørdist innan í okkum, tá vit hugsa um próvtøkurnar. Vit fingu góð ráð frá sosialráðgevunum, men eisini frá hvør øðrum, og vit fingu eisini nakrar faldarar við nøkrum av ráðunum, so at vit altíð kunnu venda aftur og minnast á hesi ráð. Próvtøku-strongd og/ella angist kann kennast so ymiskt, men um tað fyllir meira enn gott er, so er hesin terapibólkur ein møguleiki, og tað er eisini ókeypis, so tað fíggjarliga er ongin trupulleiki. Einasta treytin er, at tað verður tikið seriøst, og at man er til staðar hvørja ferð, og ikki bara tá tað passar einum. Sjálvandi kann man gerðast sjúkur, men so er at ringja og melda avboð. Tað at halda seg burtur uttan orsøk, verður ikki góðtikið! Um tú vilt vita meira, so far inn á www. studenterraadgivningen.dk

A

lt tað, sum ikki varð lisið í byrjanini av lestrarhálvuni, skal lesast nú, um ynskið er at fáa eitt gott úrslit. Eitt gott úrslit merkir fyri tey flestu ein góður karakterur, tí tað er jú tað, ið vit allatíðina verða dømd út frá. Hóast vit ikki náa at lesa alt pensum’ið 5 ferðir, so hava vit lært nakað, og tað er tað, ið burdi veri avgerandi, men í okkara vitanarsamfelagi, er tað neyðugt at kunna máta hesa vitan, og tískil verða karakterir nýttir.

L

estrarlívið sigst vera tín besta tíð í lívinum, men í próvtøku-tíðum er ofta ringt at síggja tað góða. Nøkur eru beinleiðis bangin fyri próvtøkum og royna at lesa og lesa, og eru ikki til at fáa burtur frá bókini. Summi fáa strongd í vikur upp til próvtøkuna, meðan uppaftur onnur fáa tann vælkenda ”klappin niðurfyri”, tá próvtøku dagurin er komin. Tey eru eisini nøkur, ið næstan ikki hava fortreð av próvtøkum, tí her kunnu tey veruliga vísa, hvat tey duga.

GÓÐ RÁÐ

N

V

ógvir lærdir háskúlar í Danmark, og allarhelst aðrastaðni við, hava eina ”Studenterrådgivining” fyri tey lesandi, og tað vísir týðiligt, hvussu nógv próvtøkustrongdin fyllir í lestrarlívinum – eisini fyri onnur enn tey lesandi, sum vilja hava, at vit lesandi hava tað gott. Sjálv eri eg lesandi á Københavns Universitet Amager, kallað KUA, og har er ein ráðgeving fyri lesandi, sum í eina tíð hevur arbeitt saman við ráðgevingini á Handelsháskúlanum á Keypmannhavan. Hesar ráðgevingar hava m.a. arbeitt saman um ein terapibólk fyri lesandi, sum á ymiskan hátt hava serligt Fjølnir apríl 2007

it læra øll á ymiskan hátt, og tí er torført at geva facit uppá, hvat skal gerast fyri at minka um strongd og angist, men her koma nøkur ráð frá faldaranum, sum møguliga kundu hjálpt eitt sindur.

F

yrireiking til próvtøkurnar er her býtt upp í 2 fasur; próvtøku-lesnaðurin og sjálv próvtøkan. Í hvørjari fasu verða í faldaranum 4 evni nevnd. Í fyrru fasuni eru sosialar relatíonir, lesiætlan, lesiteknikkur og kognitiv umstrukturering.

4

J

Fríggjakvøldið 20. apríl skipaði MFS Føroyanevndin fyri stak hugnaligum cafékvøldi í Reinshúsum. Húsið liggur nakað omanfyri Føroyamálsdeildina og er sera fitt og heimligt. Setursskrivstovan hevur fyrr hildið til her, men nú eru húsini mest til studentarnar á setrinum at nýta.

anus á Ryggi, formaður í Føroyanevdnini, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiði nevndarinnar og virkinum hjá MFS sum heild. Síðani høvdu vit pub quiz og felagssang á skránni. Nakað óheppið var tó, at upplesarin av pub quiz las spurningarnar úr einari teldu og gjørdi ein sokallaðan feil 40 – hon kom at sletta svarið til fyrsta spurningin og visti ikki hetta svarið sjálv. Úrslitið varð, at tann annars so háttvirdi formaðurin noyddist at vísa síni akademisku kynstur við at gera eitt sera diskret feltarbeiði um øll borðini fyri at finna rætta svarið. Vit kunnu við hesum einaferð med alla staðfesta, at høvuðsstaðurin í Slovenia er Ljubljana.

DURITA L. JÓANSDÓTTIR

H

etta er fyrsta tvørfakliga tiltak fyri studentarnar á setrinum og fyrsta tiltak hjá nýstovnaðu Føroyanevndini. Vit byrjaðu tiltakið kl. 19.30, og longu 10 minuttir eftir komu fyrstu fólkini. Fyrst komu lærararnir og einstøk lesandi. So við og við komu søgu- og samfelagslesandi og lesandi frá Føroyamálsdeildini. Brádliga kom ein herskari av lívfrøðilesandi og yvirtók tvey heili borð. Tað hevur sera stóran týdning fyri lestrarumhvørvið at samansjóða fakligheitina hjá studentunum, og eru vit sera glað um, at bæði lærarar og studentar vóru komin frá ymisku deildunum. Rektarin hevði ætlað sær at komið til fyrsta tiltakið av hesum slag, men boðaði frá, at hann tíverri var burturstaddur

O

nkur helt, at løgið var at skula koma her og hugna sær tá viðkomandi, so seint sum í gjár, stóð í sama rúmi og sveittaði til eina próvtøku. Próvtøkudámurin hómaðist tíbetur ikki hetta kvøld. Ljós vóru komin á borðið, tónleikur seyraði um alt rúmið og ágrýtið prát hoyrdist við hvørt borðið. Summi svaldu sær á við einari kaldari øl, onnur valdu heldur at lata ein heitan 12

Fjølnir apríl 2007


Sosialar relatiónir: Lesibólkar hava stóran týdning, tí her er liggur best fyri at tosa fakligt um pensum, uppgávur o.a., men tað hevur eisini stóran týdning at gera annað enn skúlating.

fitt av fólki var komið saman í Áarstovu at lýða á Astrup

S

persónligu førleikar, og hvat skal til fyri at skapa framstig og menning í føroyska samfelagnum framyvir. Meistaralæran er ein sera týdningarmikil liður í útbúgvingini, og fyri allatíð at kunna veita nýggja vitan og royndir til føroyska samfelagið, er neyðugt at fólk ikki bara koma beinleiðis heim aftur eftir lokna útbúgving, men fara út á arbeiðsmarknaðin í útlandinum og nema sær royndir, ið tey seinni kunnu gagna føroyska samfelagnum við.

amanumtikið hilnaðist tiltakið við Jørn Astrup Hansen sera væl. Tað, sum m.a. gjørdi tiltakið so gott og nøktandi fyri allar luttakarar, var uttan iva tað óhátíðarliga, og at vit ikki vóru so nógvir luttakarar, umleið 12-15. Hetta førdi við sær, at frástøðan millum fyrilestrarhaldara og áhoyrarar var sera lítil, og tískil var eisini møguligt at fáa eina góða samtalu í lag, og tiltakið gjørdist beinanvegin meira persónligt. Tøkk til Jørn Astrup Hansen og luttakarar.

vitji eisini www.mfs.fo O

...FRAMHALD FRÁ SÍÐU 9.

kkara seksualitetur er dýrabærur, men eisini sera sárbærur. Ein av uppgávunum hjá sexologinum er at hjálpa fólki at skilja, at teirra seksualitetur er vakur og og unikur, og at hann eigur at virðast og farast vandaliga um. Menniskjan er ein seksuell vera, og 7 mia. seksuellar verur kunnu ikki allar hava sama seksualtitiet og somu seksuellu preferansur. Gleðist um tykkara seksualitet. Gott summar!

S

exologurin kann hjálpa øðrum menniskjum við at fáa mest møguligt burtur úr egnum seksualiteti og seksuellum preferencum og læra fólk at akseptera, respektera og virða sín egna seksualitet við teimum skuggamyndum, ið við honum fylgja, tó innan fyri lógarinnar mark. Fjølnir apríl 2007

11

og virðiliga, og tí skal tað nokk ganga. Positivar hugsanir smitta eisini av uppá kenslur, atburð og kropsligar kenslur. Seinna fasan er býtt upp millum fjáltur, avslappan, munnlig próvøka og skrivlig próvtøka.

Lesiætlan: Tað hevur stóran týdning at gera sær realistiskar lesiætlanir, tá lisið verður til próvtøku, tí hóast lesingin hevur stóran týdning, so hevur tað eisini stóran týdning at halda pausur við góðari samvitsku. Tað er sera týdningarmikið at skilja millum lestur og frítið. Ein lesiætlan er eitt skema, har tú heilt konkret niðurskrivar, nær tú ætlar at lesa, og nær tú heldur frí. Teir dagar, ið tú ikki hevur undirvísing skalt tú max. lesa 6 tímar, tí at 6 tímar er tað maksimala, ið tín heila kann kapera og innihalda. Um tú eisini hevur undirvísing, so eru 6 tímar ov nógv. Afturat hesum skalt tú sum lesandi syrgja fyri at halda ein heilan frídag um vikuna og minimum 2 fríkvøld eisini. Flest øll fólk við vanligum arbeiði hava eisini frí í vikuskiftinum, og tískil skulu lesandi eisini hava tað. Fyri at fáa sum best burturúr, er eitt gott hugskot eisini at fara út um heimið at lesa. Á bókasavn e.l.

Fjáltur: At vera fjálturstungin er í lagi. Fjálturin hjálpir, og tí skalt tú ikki arbeiða ímóti honum, men heldur brúka hann sum eitt tilfeingi, tí um tú arbeiðir ímóti honum, so brúkar tú so øgiliga nógva orku, og so brúkar tú alla tína orku uppá tað. Tí skalt tú heldur brúka fjálturin, og góðtaka hann. Avslappan: Um tú hevur torført við at sovna um kvøldarnar, so er ein teknikkur, sum fær teg at slappa av. Legg teg á ryggin í songini og anda djúpt gjøgnum nøsina og heilt niður í búkin. Hald andanum, meðan tú telur uppí 5 og anda so spakuliga út gjøgnum munnin – gjarna við ljóði til. Ger hesa venjing 5-7 ferðir, og so sovnar tú uttan iva. Avslappan handlar um at geva sær sjálvum loyvi til at slappa av í øllum kroppinum. Munnligar próvtøkur: Eksaminator og próvdómari skulu síggjast sum viðleikarar, tí teir vilja gjarna hava at tú stendur próvtøkuna. Próvdómarin hevur ofta upplivað lesandi, ið eru fjálturstungin, og tað er møguligt at biða um, at bert lærarin og ikki próvdómarin eksaminerar. Um tú ert øgiliga fjálturstungin, er tað eitt gott hugskot at tosa við læraran um tað áðrenn próvtøkuna. Ikki goyma tín fjáltur, tí tað er orkukrevjandi. Ver opin um fjálturin! Dagin fyri próvtøkuna skalt tú ikki lesa til seint á kvøldi. Gevst ikki ov seint við at lesa. Lat bøkurnar aftur og sig við teg sjálvan, at nú hevur tú gjørt alt tað tú kanst, so nú má tað bera ella bresta. Um kvøldið skalt tú gera okkurt heilt annað – hugna tær saman við vinum, hyggja í sjónvarp o.a. Sjálvan próvtøkudagin skalt tú ikki hyggja í bókina fyri at vita, um tú minnist alt, tí um tú hyggur í bókina, sært tú uttan iva nógv, sum tú ikki kennir aftur, og panikkur kemur í. Ikki møta ov tíðliga, men heldur ikki ov seint, og ger evt. ein minnislista, um tú nú bráðdliga stendur føst/fastur til sjálva

Lesiteknikkur: Her skalt tú læra at prioritera tað tilfar, ið tú skalt ígjøgnum. At duga at skilja ímillum tað sum hevur týdning, og tað sum hevur minni týdning. Ofta gott at gera yvirskriftir á teimum ymisku brotunum og eisini at hoyra seg sjálvan og at seta spurningar til tekstin. Um tú heldur at tú ert før/-ur fyri at lesa meira enn teir 6 tímarnar, ið eru max., so kanst tú royna at lesa 8-12 tímar um dagin, og vita so, hvussu nógv tú minnist av hesum. Um tú onki minnist, so er tað uttan iva tí, at tú hevur lisið ov leingi. Kognitiv umstrukturering: Í hesum partinum verður hugsað um at venda negativum hugsanum til positivar hugsanir. Væntanir um ymiskt keðiligt við próvtøkum kann oyðileggja nógv, og tí hevur tað týdning at hugsa positivt um próvtøkuna. Hugsa, at tað nokk skal ganga. At tú nokk skalt klára tað, heldur enn at hugsa, at tú ikki fert at klára tað. Hugsa um, at tú hevur fyrireikað teg væl til próvtøkuna við at lesa pensum væl 5

Fjølnir apríl 2007


próvtøkuna. Um tú hevur fyrireikingartíð, og tú stendur føst/fastur, so skriva bara alt niður. Alt, sum tú kemur at hugsa um, tí tá tú byrjar at skriva, so minnist tú betur. Um tú ikki hevur sagt við læraran, at tú ert nervøs/-ur, so sig tað til sjálva próvtøkuna. Um tú hevur brúk fyri at anda djúpt inni til próvtøkuna, so er tað í lagi at siga tað. Anda djúpt, lurta eftir spurningunum og svara bert uppá tað, sum verður spurt um. Og minst til: tað fyrsta tú hugsar, er sum oftast tað rætta.

Hesi 8 punktini eru øll tikin úr faldaranum ”Eksamen – gode råd og ideer i forbindelse med eksamenslæsning”, sum Studenterrådgivningen hevur útgivið.

H

er finnur tú Studenterrådgivningen – á Sælandi: Kompagnistræde, tlf. 3312 1911, Handelshøjskolen og ITU, tlf. 3534 3042, Københavns Universitet Amager, tlf. 3532 9380, Danmarks Tekniske Universitet, tlf. 4588 1101 – trýst 213 og Roskilde Universitetscenter, tlf. 4674 2219. Í Jútlandi: Århus, tlf. 8619 0488, Aalborg, tlf. 9811 4688, Hjørring Seminarium, tlf. 9890 9835, Esbjerg, tlf. 7513 2533 og Odense, tlf. 6614 0440.

Skrivlig próvtøka: Reglurnar fyri sjálva próvtøkustøðuna her, eru tær somu sum til munnligar próvtøkur, men her er tíðin eisini ein týdningarmikil faktorur, so ikki fokusera uppá hana. Ikki leggja urið á borðið framman fyri tær, tí so fokuserar tú uppá tíðina, og tað stressar. Set teg frammalaga í salinum, so tú ikki verður órógvað/-ur av hinum, sum síggja út til at skriva og skriva, meðan tú sjálv/-ur stendur í stað. Avslappannarvenjingar eru eisini góðar her. Anda djúpt, les uppgávurnar væl ígjøgnum, so tú ert vís/ur í, at tú hevur skilt tær rætt. Ofta er gott at byrja við tí lættastu uppgávuni, um hetta er møguligt. Ikki goyma tað lættasta til seinast, og so heldur brúka tíð uppá ringar uppgávur, sum tú ongantíð fært gjørt. Brúka alla tíðina, sjálvt um tú heldur, at tað ikki er meira at skriva um. Far evt. á wc nakrar ferðir.

Vit hava spurt nøkur lesandi um próvtøkuhættir, og hvussu tey fyrireika seg:

“Lad være med at rejse direkte hjem til Færøerne igen lige efter afsluttet uddannelse...” Hetta var ráðið, ið Jørn Astrup hevði til okkum lesandi, tá hann herfyri var og hugleiddi í Áarstovu í Århus.

minnast at hava við

ERLA PETERSEN

M

FS er rættuliga komið á føtur aftur í Århus. Fyrsta sjónliga tekin um hetta, var tiltakið við Jørn Astrup Hansen, ið var hildið í Áarstovu tann 12. apríl. Nógv varð tosað um henda navnframa og framstandandi mann innan føroyska banka- og búskaparheimin vikurnar frammanundan, at tiltakið skuldi vera, og fólk ljóðaðu sera spent og jalig. Alt bendi á, at hetta gjørdist eitt væleydnað tiltak, men síðan hetta var fyrsta tiltak, ið nýggja Århus-nevndin skipaði fyri, vóru vit ikki sørt fjálturkens fyri, hvussu fór at hilnast, og spenningurin var stórur okkara millum, tá vit møttust ein tíma áðrenn tiltakið fór av bakkastokki. PERSÓNLIGT OG ÓHÁTÍÐARLIGT

í fyrilestrinum. Somuleiðis var fyrilesturin sera óhátíðarligur og persónligur; millum annað fortaldi Astrup um fleiri persónligar upplivingar, hann hevur havt sum stjóri í Føroya Banka. Nakrar “røvara-søgur” um, hvussu politikarar og vinnulívsmenn ofta, á ein ella annan hátt, royna at “snýta” seg fram til fíggjarligar fyrimunir, vóru eisini lagdar á borðið.

T

að var ein alt annað enn arrogantur Jørn Astrup, ið traðkaði inn í Áarstovu eitt sindur áðrenn klokkan 19. Hann fylgdist við nøkrum føroyingum, ið vóru komnir fram á hann stutt haðani, har hann hevði staðið og sæð eitt sindur glataður út men tað eru nú nógv sum vilja vera við, at Áarstova ikki er so løtt at finna. Áðrenn fyrilesturin byrjaði, gav Astrup sær tíð til at heilsa uppá fólk og koma við stuttligum viðmerkingum um leyst og fast; ein góður máti at bróta formalitetin og ísin millum hann og áhoyrararnar.

T

il síðst skal sigast, at sum lesandi ræður tað um, at sleppa undan tí ringu samvitskuni, og minna seg sjálva/-n á alt tað, sum man dugir. Hugsa positivt um teg sjálva/-n, tí vit hava øll nógvar góðar ressourcer. Eitt hugskot er at gera ein ”positiv-lista”, um tú hevur trupult við at hugsa positivt um teg sjálva/-n. Ein ”positiv-listi” er eitt stórt pappír, har tú skrivar á alt tað, sum tú dugir væl. Hong listan á hurðina ella uppiyvir tínum skriviborði, so hann sæst væl og virðiliga. Um onki av hesum gevur úrslit, so er kanska neyðugt at hugsa um tú hevur valt rættan lestur. Um nervarnir eru so nógvir, at teir forða tær í tínum dagliga lívi, so umhugsa, um tað ikki finnast aðrir møguleikar at taka hesa útbúgving.

Fjølnir apríl 2007

Astrup í Áarstovu

U

mframt hugleiðingar um millum annað trupulleikar við politiska bygnaðinum í Føroyum, menning í føroyskum búskaparog vinnupolitikki, og hvat bagir í samanspælinum millum politikarar og ta fakligu servitanina o.s.fr., kom Astrup við einum ráði til okkum lesandi, sum hann vónaði, at vit vildu taka til eftirtektar. “Lad være med at rejse direkte hjem til Færøerne igen lige efter afsluttet uddannelse – bliv i udlandet og arbejd i omkring 3 år, og lad disse år fungere som jeres mesterlære!” Hetta er ráðið til mín og tín út frá einari objektivari meting frá Astrup um, hvat er best fyri bæði eins egnu

T

il ein fyrilestur við einum fyrrverandi bankastjóra og núverandi formanni í Búskaparráðnum, munnu tey flestu ímynda sær eitt formelt, strukturerað og topp professionelt upplegg; men tað var als ikki soleiðis Astrup valdi at mynda sín fyrilestur í Áarstovu. Hann valdi at hava ein avslappaðan stíl; alt hann hevði var eitt ark við nøkrum evnum, hann skuldi 6

10

Fjølnir apríl 2007


S

heppin eisini at vera sloppin inn. Bert eina viku fyri, at eg skuldi byrja, fekk eg boð frá Alborg Univesiteti um, at fakið var tikið av skránni. Hetta kom mær sera dátt við. Eg hevði bert valgt tað eina fakið. Hevði ikki limað meg inn í nakran A-kassa, tí eg ætlaði mær at halda fram við hægri lesnaði, og nú var ov seint, fekk eg at vita. Samstundis fekk eg eisini boð frá SU skrivstovuni um at gjalda teimum nakað av SU aftur.

amstundis sum vit eru so fegin um okkara seksuella frælsi, so er tað eitt frælsi, íð ikki øll hava lut í. Eisini er tað í dag tíverri næstan skomm “bara” at vera “normalur” seksuelt og til “missionerin”. Okkara seksualtitetur er á mangan hátt nærum vorðin avskeplaður og forfínaður, har luktur, sveitti, hár og okkara natúrliga menniskja støðugt verða hølvað av okkum. Sum sexologur kann ein hjálpa menniskjum at skilja og leggja sær í geyma, at vit øll, ung, gomul, sjúk og brekað og menniskju við aðrari seksuellari orientering hava ein seksulitet gjøgnum alt lívið, og at tað skal vera pláss fyri okkum øllum – óansæð hvør og hvussu vit eru, og hvussu okkara seksualitetur er settur at vera.

E

g kom sostatt í eina ringa støðu og mátti, eins og fyrrverandi forsætisráðharrin í Bretlandi, John Major, á sinni, royna “kontant hjálp” og skuldi setast í “aktivering” – nakað, ið eg helt vera lítið stuttligt. Eitt kvøldi, eg var í heldur ringum hýri, sat bert og genaði framman fyri telduni og spældi mær á alnótini, kom eg brádliga fram á eina slóð til eina sexologútbúgving hjá Joan Ørting í Danmark. Eftir at hava lisið um útbúgvingina, kendi eg beinanvegin, at hesa leið vildi eg ganga. Tað var mær tó greitt, at tað fór ikki at vera lætt at taka eina tílíka alternativa og privata útbúgving. Hvar skuldi eg fáa fígging til útbúgvingina? Hvussu skuldi eg klára meg økonomiskt uttan rættindi til stuðul frá SU? Eik Banki var tó sera hjálpsamur og veitti mær lán, og av tí at eg onga aðra økonomiska inntøku hevði, kundi eg til alla lukku halda fram við at fáa “kontant” hjálp og annars líta á foreldrini.

PORNO OKKARA SKUGGAMYND

P

O

P

Tvs. um vit hava gjørt ein aktivitet rættaðan ímóti 13 – 18 ára gomlum tannáringum, so spælir klassin ein leiklut sum 13 –18 ára gamlir tannáringar. Hvør/hvussu var tín ringasta próvtøka?: Mín ringasta próvtøka var í støddfrøði á Handilsskúlanum. Støddfrøði var ikki mín sterka síða, og tí visti eg ikki heilt, hvat eg skuldi siga.

KOLLEKTIVA

orno kom fram í Danmark í 60unum. Pornoídnaðurin er ein av størstu peningaíløgunum í heiminum. Yvir 150 pornofilmar verða produseraðir um dagin. Serliga eiga vit at fyrihalda okkum til, hvussu stóra ávirkan, porno hevur á børn og ung og á teirra fatan av kyni og seksualiteti sínámillum. Sum sexologur kunnu vit læra ungdómin, at porno ikki er veruleiki, men fiktión. At tað er ein hugaheimur, skaptur av monnum til menn, har leikt verður við seksualiteti, maskuliniteti og femininiteti hjá kvinnum og monnum.

g útbúgvingin? Jú, við bakstøði í mínari bachelorútbúgving slapp eg inn á útbúgvingina sum ein av teimum yngstu. Útbúgvingina havi eg verið sera væl nøgd við. Hon hevur verið sera professionelt samansett, frá kliniskari seksualundirvísing til filosofiskar tulkingar av okkara mannliga og kvinnuliga seksualiteti. Samstundis sum vit til hvønn fyrilestur og hvørja undirvísing hava verið undirvíst av professionellum og sera dugnaligum serfrøðingum, sálarfrøðingum og terapeutum. Tað hevur verið nógv at lesa, og undirvísingin hevur kanska verið í so kompakt. Og nú er so tíðin komin, har eg skjótt skal standa mína roynd sum sexologur.

Navn?: Heidi Joensen Útbúgving?: Eg lesi námsfrøði á Københavns Pædagogseminarium á 4. semestri. Hvussu eru tínar próvtøkur, og hvussu fyrireikar tú teg til tær?: Higartil hava okkara próvtøkur verið tengdar at eini uppgávu, ið vit hava gjørt frammanundan. Próvtøkurnar hava verið bólkapróvtøkur, har vit leggja fram fyri øllum flokkinum. Í aktivitetslærugreinum verður restin av flokkinum nýttur sum ein málbólkur.

orno er okkara kollektiva seksuella skuggamynd. Skuggamyndin umboðar tað i okkara seksualiteti, ið vit dylja og ikki viðurkenna. Sama er galdandi við øllum teimum fordómum, ið mong hava ímóti menniskjum, ið hava aðra seksuellu orientering og annan seksualitet og aðrar seksuellar preferensu enn tey sjálv. Ein verður konfronteraður við nakrar skuggamyndir innan í sínum egna seksualiteti, ið ein ikki sjálvur vil vera við og varpar síðan sína andstygd yvir á onnur mennsiskju, ið reflektera hesa skuggamynd.

Navn?: Heiðrikur Bergsson Ùtbúgving?: Biologi, 2. semestri ella 4. blokki Hvussu eru tínar próvtøkur, og hvussu fyrireikar tú teg til tær?: Tær flestu royndirnar hava verið skrivligar, tó hevur ein verið munnlig. Vit hava próvtøkur fýra ferðir um árið, og tað eru umleið nýggju vikur millum tær. Beint áðrenn hvørja próvtøku hava vit so eina viku lestrarferiu, har vit fáa tíð til at uppfríska tað, ið vit hava lært tær seinastu sjey vikurnar. Hvør/hvussu var tín ringasta próvtøka?: Tann ringasta próvtøkan hjá mær higartil, var í matematik og statistik. Orsøkin til at hendan gekk so illa, var nokk mest mær sjálvum at takka. Skilti ikki heilt evnið, og eg hevði kanska ikki fyrireikað meg so væl, sum eg kundi. Nøkur góð ráð til onnur?: Minst til at lesa nógv, tí tað er strævið at koma afturúr. Kanska serliga tær lærugreinarnar, ið eru eitt sindur tungar at koma í gjøgnum. Annars er tað sera gott at møta upp til allar fyrilestrarnar, sjálvt um teir ikki eru obligatoriskir. Teir eru sera læruríkir og relevantir.

...FRAMHALD Á SÍÐU 11. Fjølnir apríl 2007

9

7

Fjølnir apríl 2007


Navn?: Hjørdis Klein Ùtbúgving?: Markedsføringsøkonom, 3. semestur Hvussu eru tínar próvtøkur, og hvussu fyrireikar tú teg til tær?: Eg havi eina skrivliga tvørfakliga próvtøku. Har fáa vit fyrst ein uppgávutekst útflýggjaðan. Síðani hava vit uml. 2 dagar at fyrireika okkum. Tá vit koma til próvtøkuna 2 dagar seinni, fáa vit sjálvar próvtøkuspurningarnar. Harafturat skal eg til tríggjar munligar próvtøkur. Tvær av teimum eru projekt, sum skulu forsvarast. Hesi hava vit arbeitt við í bólkum. Tó skulu vit til sjálvar próvtøkurnar sum einstaklingar. Tann triðja er í samráðingum á enskum. Vit fáa eina case útflýggjaða, sum vit fyrireika okkum uppá inni í einum fyrireikingarhøli. Síðani skulu vit samráðast við læraran og próvdómara. Eg fari at fyrireika meg saman við lestrarbólkinum og við sjálv at gjøgnumganga gamlar uppgávur. Hvør/hvussu var tín ringasta próvtøka? Tað var nokk, tá eg var uppi í munnligum matematik í Hoydølum. Royndin byrjaði væl, men so komu spurningar, sum eg ikki kundi svara uppá. Eg visti ikki. Eg valdi bara einki at siga, og tá var tøgn eina góða løtu. Hetta varnaðist lærarin, og tíbetur fóru vit skjótt víðari til okkurt annað. Nøkur góð ráð til onnur?: Les ígjøgnum alt árið, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at lesa upp, tá mann helst skal repitera.

Navn?:Óluva Johannessen Ùtbúgving?: Glas-og Keramikskolen (Bornholm) , 6. semester (tad seinasta). So í summar eiti eg “kunsthåndværker”. Hvussu eru tínar próvtøkur, og hvussu fyrireikar tú teg til tær?: Tær eru ymiskar; men hendan seinasta er nokk tann, ið minnir sindur um tær á øðrum útbúgvingum. Hon fevnir um eitt hálvt ár. Vit skulu gera eina problemformulering av einum evni, sum vit vilja arbeiða við/forska í hetta hálva árið. Síðani skulu vit eisini skriva eina 20 síður langa uppgávu/rapport um projektið! So skulu vit gera eina power point presentation e.l. og framleggja fyri lærarum og próvtøkudómara. Um vit dumpa, skulu vit ganga eitt hálvt ár umaftur! Hvør/hvussu var tín ringasta próvtøka?: Tann fyrsta….ongantíð roynt nakað líknandi áður. Nøkur góð ráð til onnur?: Til akkurát hesa útbúgvingina skal man vera sterkur og jarðbundin…krevur eitt sindur at búgva 3 ár á Bornholm púra “einsamallur”. Fjølnir apríl 2007

7

Kærleikans ljós og skuggamyndir Birita L. Jóansdóttir B.A. Bachelor í æstetik og kultur og psykologi. Skjótt Certifiseraður sexologur, Coach og parterapeutur. E-mail: biritalj@hotmail.com FRÁ BARNI TIL KYN

T

rælím! Eina tíð kanska mest nýtta límið í føroyska fólkaskúlunum til ein meira opin hugburður mótvegis kyni og seksualiteti tók seg fram við studentauppreistrinum í 1968. Allar tær blaðsíður, ið hildnar vóru at vera óegnaðar til unglingar at síggja og lesa, vórðu samanklistraðar við trælími. Tað, sum var hildið at vera ósømiligt at vita nakað um, var vitanin um sjálvt lívið og okkara egna eksistens, okkara grundvøll – okkara seksualitet. Tað hevur ongantíð verið lætt hjá einum barni at gerast kynsbúgvið. Kroppurin broytist, tankarnir fløkjast, ósekan hvørvur, og heimurin gert ein heilt onnur verð at liva í. Genturnar skulu brádliga fyrihalda seg til menstruatión, bróst og hugalagsbroytingar, og dreingirnir royna at halda skil á sínum ræddarbondum. Ein fær at vita, at ein er komin í “pubertetin”, og at ein er vorðin tannáringur, og at tað, sum hendir í kroppinum, hevur nakað við xx og xy kromosomir at gera. Ein fær at vita eitt sindur um kynsjúkur, graviditet og fyribyrging. Men hvussu ein skal fyrihalda seg til sín sjálvs, sín egna kropp, og tað at at vera skotin í hinum kyninum – ella sama kyni, fær ein nærum einki at vita um.

løgið og sera undarligt: hví og á hvønn hátt vóru vit so øll endað í sama báti? Árini fara framvið, kyn møtast og kyn skiljast, og varisliga gerst ein varður við, at til ber at samskifta, hóast ein ikki tosar sama mál. Ein ger sær royndir, og ein lærir um sín seksuella tørv, og spakuliga formast og leitar ein seksualitetur sær grógv og frið innan í einum sjálvum. TILVILDIN RÆÐUR

A

t eg í 2007 skuldi gerast útbúgvin sexologur og parterapeutur var mær als ikki greitt fyri einum ári síðani. Men vit læra frá okkum í tí, vit sjálv vilja læra meira um, og vit dragast at teimum trupulleikaspurningum, ið vit sjálv knossast við. So sjálvt um tað als ikki var mín ætlan, er tað kanska ikki so tilvildarligt kortini. Eg hevði júst lokið bachelorprógv í æstetik og kultur og psykologi og var innskrivað til eina kandidatútbúgving í Aalborg í “Oplevelsedesign”. Var somikið

H

óast 70-ini frígjørdu seksualitetin, og brósthaldararnir blakaðir á bálið, stóðu fordómarnir eftir. Í 80-unum tók AIDS okkum á bóli, og kyn og seksualtitetur gjørdust brádliga vandamikil og lúnsk fyribrigdi, ið ein skuldi varða seg fyri. At vit síðan hoyrdu tey kollveltandi tíðindi, at kvinna og maður als ikki vóru av somu planet, at í veruleikanum kom maður frá Mars og kvinna frá Venus, tóktist heldur 8

Fjølnir apríl 2007

Fjolnir 2007 Apríl  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you