Page 1

Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København V

FJØLNIR Meginfelag Føroyskra Studenta

Árgangur 22 - 1. útgáva - februar 2006

LAT OKKUM BJÓDA Síða 16 HEIMINUM AV! Tað eru vit, sum skulu skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara visiónum, og ikki arbeiðsmarknaðurin, sum skal skapa og avmarka okkum.

Føroyingar á CBS Síða 6 Sta artilknýti Síða 10 Millum 2 negl Síða 19


Fjølnir feb. 2006 ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 KBH V. Tlf. 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

MILLUM NEGL

Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Føroyahúsið, opið Mánadag og fríggjadag kl. 16-18 Århus: opið týsdag kl. 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, Tlf. 27 74 83 21 Blaðstjóri Selma Kristiansen Blaðnevnd Nina A. Arge Katrin D. Apol Petur Martin Hansen Malan Ludvig Jákup Sverri Kass

Hvat kann gera teg illa? Eg eri altíð glað, blívi ikki ill

Hvaðani ert tú? Frá Klaksvík

Hvat er títt mál við lívinum? At fáa ein útbúgving eg dámi, mann, børn og eitt gott heim.

Hvat lesur tú? Molekylær biomedisin, byrjaði september 2005

Trýrt tú uppá Gud? Ja

Hvat gert tú í tíni frítíð? Eri heima og fjasist, geri skúlating, passi dóttrina (Malan), og pleygi vinfólk

Hvat hevði tú aldrin goldið fyri? At verði glað, og eina tasku bara tí hon var Gucci

Hvat gjørdi tú um hesa tíðina í gjár? Læs til roynd

Hvat hevði tú vilja haft meiri tíð til? Vinir og at gjørt smáting heima

Um tú vart í eini teknirøð, hvør hevði tú so verði? Onkel Joakim

Fert tú heimaftur? Ja, eftir loknað útbúgving

Uppseting Petur Hansen

Hvat droymdi tú í nátt? Eg droymi sjálvdan, heldur ikki í nátt

øll eru vælkomin í blaðbólkin!!!

Hvørjum hyggur tú fyrst eftir hjá mannfólkið? Eygum og hárið og annars skal tað eisini verða ein fittur drongur

Prent: MFS í Keypmannahavn Prentað 2006 Endurprent: Tilfarð úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

2 - FJØLNIR 2006

Hvussu eitur tú og hvussu gomul ert tú? Selma Margretha Thomsen, 25 ár

Hvat hevði tú gjørt um tú slapp at verða maður ein dag? Forbundið allar lampurnar og uppliva eitt mannfólkaprát

Hvat hevði verði tín perfekta ferð? At sloppi út á eina oyggj har tað ikki eru nógv ferðafólk, har skal verða heitt, hvítar strendur, bláður sjógvur og eg hevði bara slappa av við Maluni Hvat hevði tú gjørt annaleiðis um tú slapp at liva umaftur? Eg eri nokso væl nøgd við hvussu lívið er enda men hevði nokk hildi meir fast við at trena ítrótt sum eg gjørdi fyrr. Hvat er títt motto? Man skal altíð streba eftir at verða nøgd/ur

Yndlingsfilmur? Tað eru so nógvir eg dámi, havi ongan favorit

FJØLNIR 2006 - 19


Tilfeingi til spillis Tí sannleikin er, at alt ov mangir akademikarar í Føroyum reprodusera bert tað, sum longu er. Teir fylla bert holini í eini longu etableraðari skipan, sum harvið ikki flytist og broytist. Hóast vit lesandi hava allar fortreytir fyri at broyta, nýskapa og kollvelta okkara samfeløg við allari okkara nýggju vitan, íblástri og enthusiasmu, druknar ovurstóra akademiska potentialið, tá vit undirbrotlig og dirvisleys undirkasta okkum núverandi samfelagsstrukturar. Úrslitið er, at dygdargóða tilfeingið, sum verður framleitt á universitetunum, fer til spillis, tí vit sjálvi ikki tora at seta dagsskránna. Tí vit ikki sjálvi gera eina roynd at realisera okkara dreymar og visiónir. Tí vit eru alt ov villig at seta okkum í ein stól, har vit ikki til fulnar fáa gagnnýtt okkara evni. Sjálvsagt kunnu vit framtíðar akademikarar ikki gera tað, okkum lystir, og sjálvsagt mugu vit viðurkenna ta sannroynd, at vit eisini mugu tillaga okkum krøv, sum umstøðurnar og arbeiðsmarknaðurin nú einaferð seta okkum, tá vit byrja at arbeiða. Trupulleikin er bert, at tað í alt ov stóran mun er arbeiðsmarknaðurin, sum skapar og formar okkum, í staðin fyri at tað eru vit, sum skapa, mynda og ikki minst broyta arbeiðsmarknaðin. Ábyrgdin Sannleikin er, at tað liggur ein ovurstór ábyrgd á okkum framtíðar akademikarum, serliga í einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska. Í stóran mun er tað útbúni parturin av fjøldini, sum liggur inni við vitanini og hevur harvið lykilin til samfelagsligan framburð. Hyggja vit at almenna orðaskiftinum í londunum kring okkum, eru serfrøðingar at síggja og hoyra allastaðni. Teir engagera seg eldhugaðir í tey mál, sum nema við teirra øki. Teir halda seg ikki aftur at oysa út av síni vitan og

18 - FJØLNIR 2006

draga onnur við inn í teirra univers. Hetta er teirra funktión. Hetta er tað, teir hava sitið á skúlabeinki í fleiri harrans ár fyri at náa. Hetta er teirra fremsta samfelagsskylda. Og havandi í huga, at staturin nýtir milliónaupphæddir hvørt ár fyri at útbúgva og klekja hesar akademikarar, er tað jú eitt minstakrav, at almenningurin fær okkurt aftur av tí, sum hann hevur goldið. Sovnaðir akademikarar Men samstundis mugu vit konstatera, at akademikarar eru syndarliga ósjónligir í føroyska kjakinum. Í staðin fyri at halda høvdið høgt og lata sína vitan koma heildini til góðar, leggja fleiri teirra seg heldur í onkran bleytan og behagiligan stól, tað veri seg í útbúgvingarverkinum, í almennu umsitingini ella í privata vinnulívinum, inntil teir sovna. Tíbetur eru nakrir kapasitater, sum ikki fara niður við flagginum, men alt ov mong hvørva inn í ein svartan kassa, sum als ikki er opin fyri almenninginum. Úrslitið er, at teir serfrøðingar, sum hóast alt úttala seg av og á, kunnu teljast á einari hond og eru langt síðani settir í politiskan bás. Og hví eru vit lesandi ikki meiri virkin gjøgum lestrarárini? Hví koma vit ikki oftari saman at kjakast um stórmál og viðgera stórar spurningar? Hví átaka vit okkum ikki ein virknari leiklut í bæði nær- og fjarumhvørvi okkara? Nei, tvørturímóti eiga vit framtíðar akademikarar við miklum gangi at gera innrás, bæði nú og eftir lokna útbúgvin. Vit skulu ikki lata okkum kúga av nøkrum »Jante-mentaliteti«, men tvørturímóti kasta okkum út í nýggjar og spennandi uppgávur uttan at lata okkum temja av afturhaldni og konventionellari hugsan. Vit skulu bróta upp úr nýggjum. Vit skulu hugsa kreativt. Vit skulu vera øðrvísi. Vit skulu royna ókendar gøtur. Og á henda hátt skulu vit framfýsin og idealistisk bjóða heiminum av.

FJØLNIR HESAFERÐ

skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara visiónum, og ikki arbeiðsmarknaðurin, sum skal skapa og avmarka okkum.

Oddagrein

4

Petur Martin Hansen

Føroyingar á CBS

6

Ingibjørn Johannesen

Barnaansingarmálið hjá MFS

Staðartilknýti

9

10

Sigrud Nordendal

Góða nátt og góða eydnu

13

Petur Martin Hansen

Tiltøk

14

lat okkum bjóða heiminum av

16

Heini í Skorini

Millum 2 negl

19

Hesaferð: Margretha Thomsen

FJØLNIR 2006 - 3


Oddagrein Petur Martin Hansen virkandi formaður í MFS

Í hesum døgum har danski staturin hevur staðið uppeftir enda av Muhammed tekninginum, ætlaði eg at nema við hvussu tað føroyska samfelagið virðir minnilutahugsanir. Tað síðsta árið hevur millum annað verið merkt av, at minnilutahugsanir í Føroyum hava staði fyri skotum. Tað havi eg lagt tilmerkis við at hava fylgt eitt sindur við føroyska kjakinum, og ikki minst at hava verið í Føroyum nakrar ferðir tað síðsta árið. Tá minnilutahugsanir standa fyri skotum, kann tað í ringastu førum føra til, at fólk síggja tað, sum eina forðing at verða ein partur av tí føroyska samfelagnum, og velja tí at flyta av landinum. Hetta ger at tað føroyska samfelagið missur virðismikið tilfeingið. Tað eru fólk, sum annars høvdu kunna økt virðið í tí Føroyska samfelagnum uppá ymiskar mátar, búskarparliga, mentanarliga og átrúnarliga. Skal Føroyar kunna klára seg so nøkurlunda sjálvtstøvugt, eru vit noydd at skapa eitt samfelag har tað er pláss fyri øllum. Eitt fleirtáttað samfelag

4 - FJØLNIR 2006

har tað er pláss fyri, at hvør einstakur borgari kann hava sína egnu meining og kunnu virka eftir henni, uttan at darva aðrar borgarar. Samstundis er týdningarmikið, at tað er rúm fyri at fólk kunnu broyta teirrra hugsanir. Loysnin er opin samtala, kjak og upplýsing, soleiðis at fordómar kunnu fáast av vegnum. Eftir mínum tykki kjakast vit ov lítið í tí føroyska samfelagnum. Fjølmiðlarnir royna onkuntíð at takað okkurt evni fram, men tað er ov lítið. At minnilutahugsanir ikki hava tað so gott í Føroyum er efter mínum tykki, oraska av at man veit ov lítið um hvat tær standa fyri. Loysnin er ikki bara at verða tollyntur og bara yvirtaka meiningarnar hjá hvør øðrum, men at verða frílyntur, at koma við sínu egnu meining og lurta eftir meiningunum hjá mótpartinum, soleiðis at man kann endurtaka og skilja meiningarnar hjá hvør øðrum. Tað er gott at hava trúðar- og talufrælsið, men tað má ikki nýtast til at traðka onnur niður. Tað hava Muhammed tekningarnar víst.

marknaðin at tillaga seg okkara krøv, evnir, útbúgvingar og visiónir. Í staðin fyri at tillaga okkum arbeiðsmarknaðin, eiga vit at broyta hann. Ì staðin fyri at reprodusera »det bestående«, eiga vit at bróta upp úr nýggjum, hugsa alternativt, skapa nýggjar vinnuvegir og troyta ókendar leiðir. Í staðin fyri at siga sum dapurskygda gentan, at »eg bert fari heim til Føroya, um okkurt liggur til reiðar og bíðar eftir mær«, áttu vit heldur at spurt, hvussu vit sjálvi kunnu fara heim at skapa okkurt nýtt og skapa gróðrarlíkindi fyri einum liðiligari, fleksi-

blari og fjølbroyttari arbeiðslívi, har vit innovativ kunnu syrgja fyri, at arbeiðsmarknaðurin tillagar seg okkara evnir og hugskot, í staðin fyri, at tað eru vit, sum undirbrotlig bukka undir og tillaga okkum núverandi skipan. Ein høvuðsfortreyt fyri samfelagsligari og persónligari menning er, at vit sjálvi tora taka sakina í egnar hendur og gera eina roynd at skapa okkum tað, vit nú einaferð ynskja okkum, í staðin fyri at yppa øksl og uppgevandi konstatera, at »eg kom ongantíð til tað, sum eg veruliga ætlaði«. Poengið er, at tað eru vit, sum skulu > FJØLNIR 2006 - 17


Stephanssons Hús

Oddagrein

viðurkendum Hevur tú hug at royna teg í einum altjóða uliga nakað møg hetta mannarættindafelagsskapi? So er starvslesandi eftir ast fyri teg. Amnesty International sókn a hálvár seinn (gjarna fleiri) til skrivstovuna í Tórshavn 2006.

Vit bjóða tær at ko ma í starvsvenjing í einari lítlari Amnesty deild í støðu gari menning. Sum sta rvslesandi í føroysku Amnesty de ildini kemur tú at lut tak a í dagliga arbeiðinum hjá deildini og tú fært somuleiðis mø guleikan at arbeiða við økjum, sum eru tengd at tínari fak ligu bakgrund og tørvinum hjá Amnesty Internati onal Føroya deild. Dømi um arbeið søki eru: ungdómsarbe iði, tiltaksog átaksvirksemi, un dirvísing, heimasíða, kunning og miðling, fundraising , mannarættindi og vinnulívið og útlendingaøkið.

Tað eru vit, sum skulu skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara visiónum, og ikki arbeiðsmarknaðurin, sum skal skapa og avmarka okkum. - Eg fari bert heim aftur, um okkurt arbeiði bíðar mær har heima! Soleiðis segði ein genta avgjørd, tá vit lesandi í Keypmannahavn eitt kvøldið sótu Heini í Skorini, lesandi og tosaðu um framtíðarætlanir okkara eftir lokna útbúgving. Gentan bar ótta fyri, at hon ikki fór at finna sær eitt arbeiði í Føroyum, sum hóskaði til hennara útbúgving og áhuga. Fastlæsti arbeiðsmarknaðurin Vit lesandi sleppa ikki undan at hugsa, hvar og um vit passa inn á arbeiðsmarknaðin, tá vit einaferð kunnu kalla okkum akademikarar. Vit spekulera uppá, hvør stólur fer at standa tómur, tá vit einaferð eru liðug við okkara útbúgvingar. Vit vóna, at tað verður pláss fyri júst okkum onkustaðni. Vit vóna, at onkur sessur er leysur, tá vit senda okkara umsóknir avstað. Og neyðars vit, um einki arbeiðspláss liggur og bíðar. Neyðars vit, um vit við okkara útbúgving og áhugamálum ikki passa inn í arbeiðsmarknaðarliga landslagið. Stóri trupulleikin er bert, at vit mangan síggja arbeiðsmarknaðin sum fastlæstan og óbroytiligan. Dominerandi hugburðurin tykist vera, at

16 - FJØLNIR 2006

antin er eitt pláss fyri mær og míni útbúgving, ella er tað ikki. Antin passa vit inn í myndina, ella gera vit tað ikki. Antin hevur samfelagið brúk fyri míni serfrøði, ella hevur tað ikki. Og um vit í fyrstu atløgu ikki síggja nakran upplagdan møguleika í kikaranum, sum neyðars vinkonan ikki gjørdi hetta kvøldið, og um vit ikki her og nú fáa eyga á okkurt, sum er skraddaraseymað til júst okkara útbúgving og áhugamál, ja, so gerast vit maktarleys og vónleys. innovatión Mín pástandur er, at hesin hugburður – tann máttleysi einstaklingurin yvirfyri tí stóra arbeiðsmarknaðinum – er ein av størstu forðingunum fyri bæði persónligari og samfelagsligari menning. Hugburðurin, at eg bert fái mær eina útbúgving fyri seinni at fara í tænastu hjá statinum, at eg bert skal fylla eitt tómt hol á arbeiðsmarknaðinum, sum hann sær út í dag, at eg bert skal reprodusera nøkur virðir og eina skipan, sum longu eksistera, er destruktivur og máar støðið undan øllum samfelagsligum dynamikki. Er arbeiðsmarknaðurin til fyri okkum, ella eru vit til fyri arbeiðsmarknaðin? Í staðin fyri treytaleyst at undirkasta okkum arbeiðsmarknaðarligu treytirnar, eiga vit heldur at tvinga arbeiðs-

Les meira um arbeið søkini á www.amne sty.fo

nda til: ða at se r e v ir n Umsók

onal, Internati ty s e n m A eild Føroya D egur 6 v Hoydals n Tórshav FO-100 esty.fo tt@amn le k n o n m Ella til:

Førleikakrøv Umframt at vera áhug að/ur í mannarættindu m og hava hug at seta seg inn í arb eiðsøkini hjá Amnesty er neyðugt at tú ert framhaldsle sandi á hægri lærus tov ni. Tey, ið søkja, eiga somuleiðis at hava góð samstar vs ev nir, vera ágrýtin, miðvís, kunn a arbeiða sjálvstøðug t og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Arbeiðstíðin er 35 tím ar um vikuna. Starvs venjingin er ólønt og er skipað eft ir somu reglum, ið eru ga ldandi fyri starvslesandi hjá tí alm enna. Nærri upplýsin ga r fáast við at venda sær til: Margrethu Nónklett, sa mskipara Tlf.: (+289) 31 58 16 / Teldupostur: mnonkle tt@amnesty.fo Starvsvenjingin byrja r í august/septembe r 2006 (ella eftir avtalu).


Føroyingar á CBS

Mitt í Keypmannahavn liggur CBS, Copenhagen Business School, ella Handilsháskúlin sum hann jú eitur á føroyskum. CBS hevur, líkasum Universitetið, fleiri »instituttir«, sum eru spjødd runt um í Ingibjørn Johannesen Keypmannahavn. Tad eru uml. 12.000 lesandi og yvir 300 granskarar knýtt at teimum 12 »instituttunum« hjá CBS. CBS hevur ein árligan umsetning á 286 mió kr. og er ikki bert ein tann størsti háskúlin í Danmark, men er eisini millum teir størstu í Europa. CBS æt upprunaliga bert Handelshøjskolen i København, men skúlin hevur skift navn til CBS, síðani tað er løgd so nógv orka í »internationalisering« av skúlanum. Skúlin bjóðar nógvar internationalar útbúgvingar, sum hevur ført við sær, at nógvir útlendingar leita sær hendan vegin at fáa eina útbúgving. Eisini eru nógvar ymiskar greinar av HA útbúgvingini, tað vil siga, at vinnulívsbúskapur

6 - FJØLNIR 2006

verður samanflatta við eitt annað fak, sum til dømis filosofi, mál, data, løgfrøði o.s.fr.. Hetta gevur framúr góðar møguleikar hjá hvørjum einstøkum at velja júst ta greinina, sum hóskar best til sín tørv. Eg fari ikki at fortelja so nógv um søguna hjá CBS, men heldur í stuttum greiða frá um hvussu studieumhvørvið á CBS er. Sjálvur lesi eg HA jur, vinnulívsbúskap og løgfrøði, og eri í holt við 4. semester. Mínar royndir eru tí eitt sindur avmarkaðar, og í hesum sambandið havi eg hitt ein føroying, sum lesur á CBS, til eitt prát. Tad eru nógvir føroyingar, sum eru undir útbúgving á CBS. Uttan at hava fingið fatur á nøkrum greiðum tølum, so verður tað mett, at umleið 100 føroyingar lesa á CBS. Eg havi hitt ein føroying, sum lesur á CBS. Janus Thomsen av Toftum lesur Cand. Merc. MCM (Marketing Communcation Management) og hevur lisið á CBS í 4 ½ ár og er júst farin í holt við høvuðsuppgávuna. >

Pokerkapping Fríggjakvøldið 10.feb. skipaði MFS fyri poker-kapping í Føroya-húsinum í Keypmannahavn. Tiltakið var bert fyri limir, men høvið var eisini at tekna seg sum lim hetta kvøldið. Nógvir góðir vinningar vóru, m.a. var høvuðsvinningurin ein ferð við Atlantic Airways tur/retur til Føroyar. Eisini var møguleiki at vinna atgongumerkir til teir stóru festivalarnar í Føroyum í summar – G! –festivalin og Summar-festivalin. Afturvið øllum hesum var eisini whiskey/cognac – og sigarbarr umframt klavertónleikur, framførdur av argjamanninum Bárði Johannesen. Tiltakið var væleydnað, og verður uttan iva endurtikið einaferð í framtíðini. Íalt vóru 29 luttakarar, og kappingin vardi í uml. 4tímar. Klokkan 23:45 var liðugt. Rógvi Joensen, sum er ein av MFS-ráðslimunum, streyk avstað við høvuðsvinninginum. Nr. 2 gjørdist eisini ein ráðslimur, Jóhan Pauli Helgason. Kristian Eli Andersen gjørdist nr.3 og á 4. og 5. plássinum endaðu ávíkavist Ólavur Kjølbro og Oddur. Eitt gott tiltak var at enda komið, og MFS vil hervið nýta høvi at takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt stuðlaðu tiltakinum. Bæði sponsorum og luttakarum. FJØLNIR 2006 - 15


tiltøk á CBS

Skriviskeið

Í oktobur-mánaði í fjør skipaði MFS fyri einum skriviskeiði í Føroya-húsinum í Keypmannahavn, har høvuðsevni var argumentatión. Tað var Dánjal Hoydal, stud. mag. í retorikki, sum stóð fyri tiltakinum, og ætlanin er nú at hava enn eitt skriviskeið. Seinast lá tiltakið í heystfrítíðini, og tískil vóru fleiri, ið ikki høvdu møguleika at vera við. Endamálið við tiltakinum er at menna skrivliga førleikan hjá luttakaranum. Arbeitt verður m.a. við at skipa argumentatiónina betur í skrivligum uppgávum. Ætlanin er at lesa, greina og umskriva brot úr akademiskum uppgávum og fjølmiðlagreinum. Luttakararnir verða eisini kunnaðir um grundleggjandi argumentatiónsteori. Skeiðið er ætlað øllum, sum í samband við lesnaðin skulu skriva uppgávur. Skriviskeiðið verður í Føroya-húsinum í Keypmannahavn leygardagin tann 25.feb. frá kl. 10.00 til uml.kl. 14.00. Kostnaður fyri MFS-limir er 50,- Onnur 175,- . Skeið + limagjald 200,Tilmelding fer fram á mfs@mfs.fo og peningurin skal gjaldast inn á konto 9570 0002154560. Minnist til at viðmerkja fult navn. Freistin at tekna seg er 18.feb.

14 - FJØLNIR 2006

Beinta & Tórun Leygakvøldið 28.jan skipaði MFS fyri einum áhugaverdum fyrilestri í Áarstovu í Århus við Beintu Løwe Jacobsen og Tórun Ellingsgaard. Beinta og Tórun hava báðar journalistútbúgving, og høvuðsevnið í fyrilestrinum var teirra arbeiðsroyndir innan fyri bæði føroyskar og danskar fjølmiðlar. Fult hús var til fyrilesturin, og eisini nakrir av áhoyrarunum tóku orðið.


Hvat dámar tær at gangavð á CBS? Mær dámar ótrúliga væl her. Umstøðurnar á skúlanum eru gódar og mær dámar væl umhvørvið. Sjálvur valdi eg at byrja uppá HA.dat, sum er ein samanseting av vinnulívsbúskapi og kunningartøkni. Hvat heldur tú um undirvísingina? Tað er stórur munur á teimum ymsu fakunum, av tí at tað avhengur so nógv av hvussu lærararnir eru, og teir kunnu vera nokkso skiftandi. Støðið á undirvísingini er høgt, og tað er støðið á flestu av undirvísarunum eisini. Summir av undirvísarunum eru kendir frá vinnulívinum og aðrir minnið kendir, men felags fyri flestu undirvísarar er, at teir eru aktivir í vinnulívinum og tað ger tí undirvísingina alt meir relevanta og spennandi. Tá ið skúlin er so stórur og tað eru so nógv lesandi á CBS, so man tað vera nemt at fella burtur úr mongdini. Hava tey lesandi nakra ávirkan á skúlan og undirvísingina? Ja, tey lesandi hava góðar møguleikar at markerað seg. M.a. skipar næmingaráðið fyri valið hvørt ár, og tað eru tveir listar, De Studerendes Råd og Moderate Studenter, ið kappast um at fáa meirilutan í næmingaráðnum. Hetta næmingaráðið arbeiðir síðani fyri at betra um umstøðurnar hjá bæði lesandi og starvsfólki á CBS. Mær dámar væl at tað eru tveir listar, tí at tað fær næmingaráðið at gera ein størri innsats. Ein onnur siðvenja, sum mær dámar sera væl á CBS er, at aftaná hvørt semester, fáa allir næmingarnir teldupost sendandi, har tú hevur møguleika fyri at evaluera hvønn einkultan lærara og hvussu undirvísingin hevur verið. Av hesum verður støði á undirvísingini allatíðina betri. Hvat heldur tú um umstødurnar á skúlanum? Eg haldi at umstøðurnar á skúlanum eru ótrúliga góðar. Bygningarnir eru jú rímiliga nýggjir, so alt er nokkso moderna. Bókasavnið er ótrúliga stórt og har eru nógvir lesibásar, nakað 8 - FJØLNIR 2006

sum oftani er komi væl við. Tað eru eisini nógv góð bólkarúm á skúlanum. Har er bókahandil, sum hevur so gott sum allar bøkur, sum man fær brúk fyri og har er ein stór og rúmlig kantina, sum bjóðar fleiri rættir um dagin til rímiligar prísir. Auditoriini eru góð og eru vælútgjørd við m.a. projektørum, uppvørpu, teldum og tráðleysum netið. Á skúlanum eru eisini fleiri hundrað teldur, soleiðis at tað er næstan altíð onkur telda klár um ein hevur brúk fyri tí. Annars hevur skúlin eisini Fitness Center, Massagu Center og Career Center har ein kann fáa ráðgeving, so tað kann ikki sigast annað enn at møguleikarnir á skúlanum eru nógvir. Av negativum tingum kann nevnast at skúlin til tíðir hevur plásstrot og tá kann tað onkuntíð gerast trongligt í kantinuni og bókasavninum serliga.

GÓÐA NÁTT OG GÓÐA EYDNU.

nú tað er sagt so nógv positivt um skúlan, so kundi eg hugsað mær at spurt, um tað er nakað, ið tú vildi ynskt var betri? Ja, eg vildi ynskt at tað hevði verið betri samarbeiði millum greinarnar á skúlanum. Til tíðir kann kennast sum um at fyristøðufólkini á teimum ymsu greinunum og instituttunum, hava alt ov vánaligt samskifti. Men annars er tað ringt at seta fingurin nakað serligt, sum kundi verið betri, tí at generelt er er alt í lagi. Tað er ein fínur skúli. Samanumtikið vil eg siga, at CBS er ein sera góður skúli at gangað á. Mær hevur dámað heilt ótrúliga væl hesi fyrstu árini. Tað er ein stór motivatión, at so nógv lesandi eru samlaði á einum staðið. Tær góðu rammurnar, sum skúlin gevur, viðvíkjandi umstøðunum og undirvísingini, eru eisini við til at gera allan lesnaðin meira spennandi. Um onkur skuldi staðið og ivast í at søkt inn á Handilsháskúlan, so vil eg bert styðja uppundir og uppmuntra teg til at royna tað. Men so skal eisini sigast, at tað er sera umráðandi at kannað allar greinarnar væl, áðrenn tú velur júst tína grein. Sum orðafellið jú sigur, hastverk er lastverk!

Filmurin hevur fingið góð ummælið og er útnevndur til fleiri Oskar virðislønir. Tað er George Clooney, sum er hevur gjørt filmin. So tað var við spenningi at eg fór at hyggja eftir filminum. Filmurin er um óttan fyri kommunismuni í byrjanini av 1950-inum í Amerika. Tað var tann víðagitni Joseph R. McCarthy republikanskur senatorurin, sum var høvuðsmaðurin aftanfyri jakstranini eftir kommunistum. Høvuðspersónarnir í filminum eru sjónvarsverturin Edward R. Murrow (spældur av Stra-

thairn) og framleiðarin Fred Friendly (spældur av Clooney) á einari tíðindarsending »See It Now« hjá stóra amerikanska tíðindahúsinum CBS. Teir royna at seta seg uppí ímótí McCarthy-ismuni, sjálvt um tað kann kosta teimum dýrt. Sjónleikarnir spæla gott og filmurin er sera stýlsikkur, liturin er svartur og hvítur við nógvum klippum frá veruleikanum, tað er næstan soleiðis filmurin kundi verið framleiddur í 50inum. Tað virkar gott, men av tí at tað eru so nógvar langar samrøður, og ikki tað stóra hendur í filminum verður hann sera tungur at hyggja eftir. Er filmurin »Góða nátt og góða eydnu« so nakað at brúka tíð uppá, svarið er ja um tú vilt hava nakað at vita um tíðuna undir McCarthy-ismuni, er tað ein góður filmur. Men um tú ætlar tær at fara ein túr í biografin, at hygga tær er svari nei. Tað er alt ov lætt at sovna bara teir 93 minuttirnar filmurin er. Tí var tað, sum hendi í mínum førið. Tað er stórt spell at hesin filmur, sum byggir á verðuleikan er so tungur, tí tað var ein spennandi tíð við fremanda ótta . Tað er ikki neyðugt at filmar frá verðuleikanum noyðast, at verða so tungir, eitt nú varð filmurin »13 dagar« við Kevin Costner í høvuðsleiklutinum sera langur við langum samrøðum. Men hann var slettis líka tungur, sum hesin filmurin.

Good Night, And Good Luck fær: FFF FFF

Ummæli - 13


hava ávirkan á tann einstaka persónin á ymsan hátt. Gjørt við samrøðum av heimildarfólki á útoyggjum og síðan við at tulka teirra útsagnir í samband við evnini, fyri til síðst at koma við eini niðurstøðu. Tað sum var gjøgnumgangandi í øllum trimum evnunum, var at tað var ymiskt frá persóni til persón, hvat fyri sjónarmið tey høvdu á ávíkavist: vansar og dygdir við búplássinum, trivnað og staðartilknýtið. Men tað sum var áhugavert, og sum partvíst kundi síggjast, var ein samanhangur í tí at persónarnir sóu fleiri dygdir enn vansar við búplássinum og tað sást aftur í teirra trivnaði á staðnum, sum er ein fortreyt fyri staðartilknýtið, sum øll høvdu. Sjálvt um, tað í frágreiðingini var argumentera fyri og víst á ymiskleika, høvdu heimildarfólkini tilknýtið til búplássið í felag. Hetta felagseyðkenni kann tó ikki brúkast sum argument, fyri at soleiðis fungerar tað hjá øðrum við. Tað kann einans verða ein ábending, í vísir okkum á nakrar funktiónir, ið eru týdningarmiklar at hava í huga, tá álit og politikkur verða gjørd, um hvussu vit eisini í framtíðini, kunnu hava samfelagið Føroyar, búsett sum nú er og at útjaðarin eisini kann verða ein partur av hesum samfelagi. Fortreytin fyri at útjaðarin framhaldandi skal vera ein partur av tí føroyska samfelagnum, er at fólk síggja fleiri dygdir enn vansar við sínum búplássið í útjaðaranum, á tann hátt trívast og soleiðis hava eitt sterkt tilknýtið til sín heimstað. Um hetta ikki er galdandi, vil allur politikkur og álit, um at vit skulu búgva alla staðni í Føroyum, verða meiningsleysur. Tí í síðsta enda, handlar tað um, hvar fólk trívast. Um hesi ikki síggja útjaðarin sum eitt stað har trivnaður og dygdir viga meir enn mistrivnaður og vansar, kann tað vera líkamikið við visiónum, ið vilja hava fólk at búgva allastaðni. Tí útgangsstøði fyri visiónum, má altíð vera, hvat fólk vilja. Fyri at vísa hvussu visión, ikki altíð hongur saman við tí, íð fólkið á staðnum sær sum týdningarmikið, er hetta sitatið, frá einum av heimildarfólkunum, eitt gott dømi um.

12 - FJØLNIR 2006

[...] Tí tað kann ikki vera meiningin við sambandinum at man ger vegir fyri at útrudda bygdir, tí teir skulu vera til, fyri at gera tað betri at fáa nakað í bygdina. [...] Soleiðis er visiónin um at vegakervið í sjálvum sær mennir bygdir, ikki einans tað ið brúk er fyri at menna útjaðarin í Føroyum. Heldur skal man hava í huga, tey fjølbroyttu motiv og tankar fólk hava, tá politiskar avgerðir verða tiknar. Tá hesar avgerðir raka breitt og millum annað hava stóra ávirkan á trivnaðin hjá fólkið, ið hesar raka. Tá samanumkemur kunnu avgerðirnar, skapa mistrivnað og fáa fólk at flyta, til annað búpláss, sum betur kann uppfylla teirra krøv fyri trivnaði. Tí má tað altíð vera ein fortreyt fyri politiskum avgerðum, at man tekur fólkið við uppá ráð, sum tað partvíst er gjørt í Hansen et.al. (2001), fyri at útjaðarin framhaldandi skal vera til sum búpláss. Munnligar keldur Anonym heimildarfólk av útoyggj. Skrivligar keldur Cosgrove D. (2000) Sense of Place, í Johnston et.al (ed.) The Dictionary of Human Geography, Blackwell Publishing, London. Hansen, O. B. et.al (2001) Ùtoyggjaálitið, Løgmansskrivstovan, Tórshavn. Mazanti, B. (2002) Fortællinger fra et sted, PhD afhandling By og Byg. Statens byggeforskningsinstitut, København.

Sigurd nordendal sigurdn2002@yahoo.dk Lesandi, á fjórða árið, á Københavns Universitet, Geografisk Institut, við áhuga fyri sosialgeografi. Ì sosialgeografi verður dentur lagdur á menniskju, evnini í hesum fakið, kunnu millum annað vera; Migratión, integratión, stigmatisering, gentrificering og staðarsamleiki, í evnunum verður dentur t.d. lagdur á menniskja, rúm, tíð og stað.

Starvsvenjing í miðfyrisitingini

Barnaansingarmálið hjá MFS avgreitt

Tann 1 apríl er freistin úti hjá teimum, sum ætla sær søkja um at koma í starvsvenjing í miðfyrisitingini í Føroyum, seinna hálvár 2006.

MFS hevur síðani mars 2003 arbeitt við einum máli, vit hava kalla barnaanisnagarmálið, tað gongur út uppá at lesandi uttanlanda kunnu koma uppá bíðulistan fyri barnaansing, áðrenn tey flyta til eina kommunu í Føroyum. Nakrar kommunur høvdu einki ímóti tí, men Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna vóru trekar, at ganga hesum ynski á møtið.

Á sumri 2004 fór Løgmansskrivstovan eftir áheitan frá MFS undir at arbeiða við eini royndarskipan við starvsvenjing fyri lesandi í føroysku miðfyrisitingini. Vit í MFS vóru varug við, at lesandi í alt størri mun valdu starvsvenjing sum part av útbúgving síni, og tí heittu vit á Løgmansskrivstovuna um at seta eina føroyska skipan í gildi eisini. Arbeiðið gekk skjótt, og longu í januar 2005 byrjaðu tey fyrstu fýra lesandi í starvsvenjing í fýra ymsum aðalráðum. Til ber at søkja um starvsvenjingarpláss á: Løgmansskrivstovuni Almanna- og Heilsumálaráðnum Fiskimálaráðið Fíggjarmálaráðnum Innlendismálaráðið Mentamálaráðnum Vinnumálaráðnum Umframt hetta taka sendistovurnar í Bruxelles og London vanliga eisini lesandi í starvsvenjing. Nærri upplýsingar fáast á www.tinganes.fo ella við at venda sær til Jeanette E. Blåsvær, fulltrúa í stjórnardeildini í Løgmansskrivstovuni, tlf. +298 35 10 42.

Men síðsta summar valdi Tórshavnar kommuna, at loyva foreldrum, sum lesa uttanlanda at skriva seg á bíðulistan 6 mánaðir, áðrenn flutt verður til kommununa. Tann 12 januar í ár samtykti Klaksvíkar kommuna at broyta upptøkureglur fyri barnaansingina. Broytingin snýr seg um at loyva børnum at foreldrum, íð hava ætlanir um at flyta til kommununa, á bíðilistan, hálvt ár áðrenn flutt verður til kommununa. Tað loysir seg at verða tolin.


Sta artilknýtið Hendan grein er bert partur av eini størri frágreiðing við heitinum »Staðartilknýtið« (2005) og ikki ein fullfíggjaður samandráttur av hesi. Tí skal havast í huga at innihaldi í greinini, er tikið úr »kontekst« og má lesast á tann hátt. Frágreiðingin »Staðartilknýtið« (2005) var ætla til Ùtoyggjafelagið, sum ein partur av míni praktiktíð í hesum felag. Tá ið álit vera skriva ella avgerðir tiknar í hava ávirkan á nógv fólk, er tað týdningarmikið at taka atlit til ymiskleikan hjá fólki, sum er gjørt í alt ov lítlan mun í Føroyum í dag. Eisini viðvíkjandi álitum og politiskum avgerðum, í relatión til útoyggjafólk. Orsøkin til, at ein má hugsa um ymiskleikan, er fyri mest møguligt at taka atlit til tey ymisku krøv og áhugamál ið fólkini á staðnum hava, í hesi grein, »eksemplificera« við útjaðaraíbúgvum. Við tilgongdini, har ymiskleiki er í hásæti, ber til at gera eina planlegging í kann betra um trivnaðin á staðnum og harvið eisini fólksins staðartilknýti. Á hendan hátt, kann tilgongdin, verða eitt lítið íkast, til tann ynskta politikkin í Føroyum, um at allar Føroyar, so vítt sum gjørligt, skulu verða búsettar (Hansen et.al 2001). Við tað at betri planlegging fyri trivnaði á búplássið, viðførir størri tilknýtið til búplássið og harvið eisini størri møguleika, fyri at viðkomandi framvegis hevur hug at búgva í ùtjaðaranum í Føroyum. Hinvegin er tað torført at planleggja, fyri ymiskleika, um ikki ógjørligt. Men tað at man brúkar tilgongdina ymiskleiki og skilir fólk, eftir hesum hátti, ger at tú altíð verður noyddur til at hugsa teg væl um áðrenn týðandi avgerðir, í ávirka fólk, verða tiknar. Endamálið við frágreiðingini »Staðartilknýtið« (2005), var fyrst og fremst at greiða frá trivnaði og staðartilknýti hjá einstaklingum 10 - FJØLNIR 2006

á smáplássum, í liggja í ytsta útjaðaranum í Føroyum (www.utoyggj.fo). Hvussu hesi fólk trívast á tí búplássi tey eru á, og av trivnaðinum og øðrum umstøðum hava uppbygt hvør sín staðarsamleika og staðartilknýti til ávís búpláss gjøgnum tíð. Við tí í huga, altíð at leggja dent á ymiskleikan hjá fólkið og teirra ymsu uppfatanir av sínum búplássið. À hendan hátt, ber til at vísa á, hvussu man altíð, má hava ymiskleikan hjá fólkið í huga, tá álit verða skriva og politiskar avgerðir tiknar. Tí tað hevur ávirkan á trivnaðin og harvið staðartilknýtið hjá fólkið, ið hesum føri, við útjaðaranum í Føroyum í huga. Fyri at náa endamálinum var millum annað, greitt frá hugtakinum staðartilknýtið. Hugtakið er »komplekst« samansett og kann bæði vera bygt á sosialar relatiónir, bundnar at persónum á einum ávísum stað og tilknýtið til tað fysiska búplássið, tí tað rúmar góð minnir og gevur persóninum møguleika at íðka síni áhugamál, íð eru bundnar at hesum ávísa búplássinum, sum ikki finnast aðrastaðni (Mazanti 2002). Eitt annað dømi um tilknýti, er hjá einstaklingi til búplássið og týdningurin av búplássinum fyri sama, ið er skapt gjøgnum bæði tey sosialu bond í persónurin hevur við onnur á búplássinum, mynda av samspælinum millum menniskjuni, somuleiðis sum týdningurin av tilknýtinum til tað fysiska staðið, kann hava týdning (Denis Cosgrove í Johnston et.al 2000). Tað verið seg t.d. tilknýtið til at kunna

ganga sær ein túr oman í bátahylin, og skoða út á eitthvørt pláss, íð persónurin hevur kent, og tillagt virði síðan sín barndóm, ella húsið í persónurin er uppvaksin í, og nú sjálvur hevur yvirtikið, í hesum húsið eru nógv minnir knýtt at, sum sami er góður við, ja møguliga so góður, at hann treyðugt vil flyta frá hesum húsi. Soleiðis hava øll fólk meira ella minni tilknýti til ávís støð á ymsan hátt. Tó skal sigast at tað sosiala tilknýtið ikki útihýsir tí fysiska, men at tað altíð vil vera ein samanrenning av báðum skiftandi á ymiskan hátt, alt eftir hvør persónurin er. Eftir at hava greitt frá hugtøkunum staðartilknýtið, trivnað og nøkrum øðrum hugtøkum, vóru nakrar samrøður gjørdar við útoyggjafólk, grunda á hesi hugtøk. Fyri at skilja hvussu hesi hugtøk høvdu ávirkan á tann einstaka og á

tann hátt vóru við til at svara endamálinum, við frágreiðingini. Fýra persónar, vóru spurdir, deilt út á fýra oyggjar í Útoyggjafelagnum, fyri at fáa hugsanirnar frá fólkið, av ymsum búplássum. Samrøðurnar vóru grundaðar á eina »kvalitativa metodu«, tvs. at tað var ikki nøgdin av samrøðum ið var avgerandi fyri, hvat niðurstøðan bleiv. Hinvegin var tað meiningin, at koma í dýbdina við, hvussu persónar á útoyggj uppfata teirra bústað. Tikið samanum kann sigast at frágreiðingin »Staðartilknýtið« (2005), gav eina lýsing av hvussu ein kann skilja hugtakið staðartilknýtið og trivnað, gjøgnum dygdir og vansar við búplássinum. Hvussu hesi hugtøk og evnir > FJØLNIR 2006 - 11

Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 1 - Februar 2006  

Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 1 - Februar 2006

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you