Page 1

Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A Dk-1620 København

Meginfelag Føroyskra Studenta

21. árgangur

fjølnir

des. 2005

4. blað 2005

Gleðilig jól og gott nýggjár! FORMAÐURIN, IÐ FÓR... -TÓRSHAVN, KEYPMANNAHAVN TUR-RETUR - LESANDI Í TÝSKLANDI - FRÁ LAURITZ TIL JACQUES - FÓTBÓLTSKVINNURNAR Í “KONGENS KØBENHAVN” - EIN LISTASKÚLI Í FØROYUM

M

F

S


Fjølnir

des 2005

mfs ynskir øllum limum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 KBH V tlf 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr 100,Skrivstovutíðir: Kepmannahavn: Føroyahúsið, mánadag og fríggjadag kl 16-18

opið

Århus: Opið týsdag kl 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, tlf 27 74 83 21 Blaðstjórn: Selma Kristiansen (blaðstjóri) Petur Martin Hansen Jákup Sverri Kass Katrin D. Apol Nina A. Arge (uppsetan) Øll eru vælkomin í blaðbólkin!!! Prent: MFS í Keypmannahavn Prentað 2005 Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

Tit eru øll vælkomin at luttaka í blaðnevndini ella onkrum av hinum nevndararbeiðnum hjá mfs. Sendið okkum ein teldupost!

fjølnir

des. 2005

Millum tvær negl

Hvussu eitur tú og hvussu gamal ert tú? Jógvan Hovland Petersen, 24 ár Hvaðani ert tú? Frá Saltangará Hvat lesur tú og hvar? Maskinmeistara á DTU, Lyngby, bygning 358. Nær byrjaði tú? 1 Januar 2005 Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Lærdi til Lastbilmekanikara Hvat gert tú í tíni frítíð? Skúlating, hugni mær við vinum, gangi í býnum og innrætti íbúð Um tú vart í eini teknirøð, hvør hevði tú so verði? Fedtmule Hvat hevur tú við í »viðførinum«, tá/um tú flytur heimaftur til Føroya? Sjónvarpið og Surround-anleggið. Hvussu sær tín nærmasta framtíð út? Hon er ógvuliga óviss í løtuni Um tú hevði valt umaftur, hevði tú tikið somu avgerð? Ja

Hvat hevði tú gjørt øðrvísi? Alt tað, eg havi gjørt galið Hevur tú nøkur serstøk ráð at geva øðrum, sum ætla at fylgja í tínum fótasporum? Ikki gera sum eg, so gongur alt Hvørjum leingist tær eftir heima í Føroyum? Góðum føroyskum mati, røstum kjøti Hvørjum leingist tær ikki eftir heima í føroyum? Slatrinum Hvørjum fert tú at leingjast eftir um tú flytur aftur til Føroya? Tí danska veðrinum Hvørjum fert tú ikki at leingjast eftir, um tú flytur heimaftur? Licensmonnunum Hvat er títt motto? Ger tað nú, so tú ikki angrar tað seinni Um tú vart tvungin at flyta út á Lítlu Dímun, hvat hevði tú tikið við tær? Sjónvarp og surround-anlegg Hvussu valdi tú tær tína útbúgvingarleið? Lærdi til lastbilmekanikara og helt tað var náttúrlig leið at fara víðari til maskinmeistara Besti sangur? Hotel California hjá Eagles Hvønn spurning vilt tú seta næsta persóninum í “Millum tvær negl”? Hevur tú safe sex?

Tit eru øll vælkomin at luttaka í blaðnevndini ella onkrum av hinum nevndararbeiðnum hjá mfs. Sendið okkum ein teldupost!

des. 2005

fjølnir

23


The History of Violence MFS

Petur Martin Hansen ummælir

4

TÓRSHAVN, KEYPMANNAHAVN TUR - RETUR

f f f f f f

Tað er David Cronenberg sum hevur gjørt hendan filmin, hann er serliga kendur fyri at hava gjørt filmin um »Fluguna«. Viggo Mortensen, sum hevði ein av høvuðsleiklutinum í triologini um “Ringanna Harra”, hevur høvuðsleiklutin. Í stuttum er filmurin um ein mann, sum hevur eitt hugnaligt lív í einum lítlum býi. Hann hevur eina konu og tvey børn. Hálvvaksni sonurin hjá honum hevur tað ikki so lætt í skúlanum hann verður nakað illa

22

fjølnir

des. 2005

happaður. Hann roynir at sleppa undan uttan at nýta vold, tí tað hevur hann lært av pápanum. Hesum fyriuttan er familjan eydnusom. Ein dagin høvuðspersónurin er til arbeiðis á sínari egnu kaffistovu, koma tveir tjóðar inn í kaffistovuna og tað endar við, at høvuðspersónurin drepur báðar tjóðarnar. Hann verður ein sonn hetja í umráðnum, men tíanverri er døkka fortíðin við at innheinta hann og blóðið flýtur. Hann hevur ilt við at fortelja konuni hjá sær, hvussu alt hongur saman, tí eina løtuna er hann ein deiligur húsfaðir og eina aðra løtu ein drápsmaskina. Tað sum riggar væl, er kampurin millum tað ónda og tað góða. Viggo sleppur orduliga at vísa, hvør dugur er í honum í hesum filmi. Viðleikari hansara, sum spælir konan, spælir eisini ótrúliga væl . Hvat kann mann so siga um filmin, stutt sagt, so er hann ein av teium bestu filmum eg havi sæð, og samstundis nakað av tí mest harðliga, har verður slettis ikki víst nøkur náði. Men álíkavæl er nakað gott yvir filminum, nakað um at tað góða kanska vinnur á tí ringa.

Katrin D. Apol

5

LESANDI Í TÝSKLANDI Durita Jóansdóttir

9

FRÁ LAURITZ TIL JACQUES Katrin D. Apol

13

FÓTBÓLTSKVINNURNAR Í “KONGENS KØBENHAVN” Birgar Larsen

16

EIN LISTASKÚLI Í FØROYUM Nina A. Arge

18

FILMSUMMÆLI: “THE HISTORY OF VIOLENCE” Petur Martin Hansen

22

MILLUM TVÆR NEGL Hesaferð: Jógvan Hovland Petersen

des. 2005

fjølnir

23


ODDAGREIN

Formaðurin, ið fór.... MFS

Formanskiftið hevur verið í MFS, nú Katrin er farin heimaftur á klettarnar at búleikast. Vit í MFS-ráðnum vilja tískil, uttan at verða ov monologisk, leita aftur í tíðina og greiða eitt sindur frá MFS-karrieruni hjá Katrini. Tað er sjálvandi ómøguligt at koma fram við øllum, ið Katrin hevur staðið fyri og verið við til, til frama fyri limir felagsins og teir sokallaður freeriders.... Katrin tók sæti í MFS-ráðnum í 2001, gjørdist forkvinna í 2003 og hevur virkað sum forkvinna síðani. Tað, sum hevur eyðkent Katrin í MFS hevur verið, at MFS ja tað var Katrin, og nýggi formaðurin fær úr at gera, skal hann fylla alt út, ið Katrin hevur staðið fyri. Limir felagsins kenna nokk serliga Katrin í samband við Fjølnir, har hon hevur fevnt víða frá soapoperaanalysum til atfinningarsamar oddagreinar. Katrin hevur somuleiðis staðið fyri arbeiðnum í samband við Pisuna. Katrin hevur eisini í fleiri ár sitið í Granskingar- og útbúgvingarnevndini hjá MFS og arbeitt við ymiskum lestrarpolitiskum málum. Konkret hevur hon verið við til at fáa møguleikan hjá føroyskum lesandi at sleppa í starvsvenjing í miðfyrisitingini realiseraðan. Barnaansingarmálið, ið skuldi gera tað møguligt hjá føroyskum lesandi at seta børn á ansingarbíðilista hevur verið eitt annað hjartabarn hjá Katrini, og hóast hetta enn ikki er komið á mál, hevur hon verið við til at seta málið á føroysku politisku dagsskránna. Tað síðsta Katrin hevur verið við til í MFS, og sum vit vita, hon er rættuliga stolt av, er heimasíðan.

Soleiðis kundu vit hildið áfram, men so skuldi høvuðsevnið í Fjølnir hesaferð verið Katrin. Tað, verður sum sagt eitt tómrúm, ið fer at standa eftir Katrin, hóast hon enn er aktiv í MFS-regi (gott við alnótini), og vit fara eisini at sakna eitt sindur av juridiskari ráðgeving, nú hon er farin. Nýggjur formaður felagsins eitur nú Petur Martin Hansen, ið er 26 gamal og lesur stjórnmálafrøði. Hann kom uppí MFS í 2003 og verður virkandi formaður fram tíl næsta aðalfund. MFS.

Hava tit sæð tað nú sera nógv vitjaðu nýggju heimasíðuna www.mfs.fo?

4

fjølnir

des. 2005

friður og frástøða til tann til tíðir annars so kommersiella umheimin, ið lættliga kann forstýra tankarnar og leitanina inn í ein sjálvan. Eg vænti, at í eygunum á útlendingum, sum vit, eftir mínum tykki, eisini áttu at hugsað nógv um at lokka hendanvegin, er hetta eitt sera eksotiskt stað, ið ikki hevur sín maka aðrastaðni í heiminum. Frástøðan til framsýningarhølini og mentanarstøðini í miðstaðarøkinum, haldi eg ikki, vit eiga at óttast ov nógv. Fyri tað fyrsta, tí hon ikki er so stór hóast alt, undir ein tíma. Men eisini haldi eg, at slíkur skúli skuldi roynt at skapa so góðar karmar, at hann dróg listarfólk til sín, ístaðin fyri at kenna tað sum sína uppgávu at koma út at vísa úrslit síni fram ella fyri at savna íblástur. Tað hevur jú víst seg, at tónleikaáhugaði havnarfólk nú veruliga velja at koyra “heilt” til Fuglafjarðar á konsert, tað var bert ein spurningur um hugburðsbroyting og tilvenjing. Áhugavert verður at síggja, um meiri verður gjørt burtur úr hesum máli, ið í løtuni meiri ella minni er lagt á hyllina, síðan gamla samgongan fór frá. Um hesar ætlanir ikki gerast til meiri enn góðir tankar, hevði tað verið eitt sindur spell. Allastaðni hoyra vit um týdningin hjá smáum tjóðum at styrkja teirra mentan, hon er jú heit marknaðarvøra í hesum altjóðagerðingsdøgum. Vit hava fullkomna umhvørvið at klekja listaspírar í, kortini velja vit í dag at senda teir av landinum til umhvørvi, sera ymisk frá okkara egna at útbúgva seg. Síðan blunda vit og vóna, at tey tíma at koma heimaftur, so vit kunnu njóta teirra gávur og fyri umheiminum reypa av, at tey eru okkara.

Minst til: MFS limir fáa bæði internetdimmu og internet-sosialin fyri 1/2 prís, bert við at venda sær til MFS

des. 2005

fjølnir

21


Tórshavn, Keypmannahavn tur - retur Katrin D. Apol

aðrar í grannalondum okkara. Eisini skuldi tað helst verðið so, at lærarakreftirnar ikki bara vórðu føroyskar, men at útlendsk listarfólk eisini høvdu hug at koma her eitt tíðarskeið at undirvísa. Frágreiðingin frá Mentamálaráðnum leggur skilagott upp til, at læraraíbúðirnar á staðnum skulu hava pláss fyri, at lærararnir á staðnum kunnu halda áfram við sínum listarliga virksemi, meðan tey eru tilknýtt skúlanum. Hugsast kann eisini, at verkstaðir og møgulig framsýningarhøli vóru so mikið dygdarfull, at tey umframt til skúlabrúk, kundu brúkast av útifrákomandi listarfólkum, føroyskum og útlendskum, ið afturfyri góvu næmingunum íblástir. Hetta kundi verið sum eitt nú fyrilestrar, skeiðvirksemi, undirvísing, kjak ella bert við at vera til staðar og sýna verk síni og/ella

20

fjølnir

des. 2005

arbeiðshættir sínar fram. Sjálv staðsetingin av hesum skúlanum heima á Sandi á Sandoynni, hevur verið nógv umrøtt. Sum sagt, so eru onnur áhugamál uppi í leikinum, enn bert tað at veita betri gróðurkarmar fyri føroysku listina. Ber til at leggja fleiri politisk áhugamál saman, standa tey sterkari og ikki er nøkur loyna, at økismenningarpolitikkurin spælur ein hjáleiklut í hesum máli. Tó, haldi eg sjálv, at henda staðsetingin er sera áhugaverd, sjálvt um mong eru, ið eru ósamd við mær og halda, at slíkur skúli heldur skuldi ligið í miðstaðarøkinum. Í mínum eygum er Sandoyggin eitt stað, ið hevur allar karmarnar fyri at fordjúpa seg í listarligum arbeiði. Náttúran og gamla nærsamfelagið eru heilt tætt uppá teg her, meiri enn í t. d. Havnini. Her er

Tá eg eina ferð um nøkur ár fari at hyggja aftur á mína lestrartíð í Keypmannahavn, so er eingin ivi um, hvør stóra, altskýggjandi yvirskriftin fyri tíðarskeiðið fer at verða. Har fer at standa skrivað við kempistórum, blinkandi, neonlittum stavum »MFS«. Í skjótt fimm ár havi eg verið limur í MFS-ráðnum, og síðani febr. 2003 havi eg virkað sum forkvinna í felagnum. Øll árini havi eg bæði verið búsitandi á Amager og gingið í skúla har, so um tað ikki var fyri MFS, sum heldur til í Føroyahúsinum á Vesterbro, so høvdu súkklutúrarnir yvir um Langebro av »Lorteøen« verið munandi færri. Nú mín tíð sum útiseti og harvið forkvinna í MFS er um at vera av, eri eg biðin um at líta aftur á hesi árini í MFS. Havi eftirhondini greitt frá tær fyrstu hundrað ferðirnar, hvat MFS er, hvørji málini eru, og hví tørvur er á einum felag sum okkara, so tað vil eg fegin smoyggja mær elegant uttan um her. Í staðin fer dentur at verða lagdur á tær broytingar, sum eru farnar fram bæði í MFS-høpi og kanska meira persónliga tengdar broytingar í lestrartíðini í Keypmannahavn. Broytingarnar í MFS »Tíðirnar broytast, men andin broytist ei«, syngja tey í einum fótbóltsfjepparasangi frá 1990-árunum. Soleiðis kundi í prinsippinum eisini verið sagt um MFS, tí málið hevur frá byrjan verið hitt sama: At arbeiða fyri at betra umstøðurnar hjá lesandi føroyingum. At tað til ymsar tíðir hava verið ymisk rák, ið hava litað arbeiðið hjá MFS er tó bert náttúrligt, tí konteksturin er ein faktorur, ið ikki er til at sleppa uttanum.

Vísandi aftur til sangin fari eg ikki at halda upp á, at andin í MFS er broyttur, men okkurt er broytt bert tað lutfalsliga stutta tíðarskeiðið, eg havi sitið í ráðnum. Fyrsta tíðarskeiðið í ráðnum upplivdi eg rættiliga høgt aktivitetsstøði, og innan fyrstu fáu vikurnar høvdu vit longu havt 3 tiltøk - tvey kafékvøld og ein dans. Hetta legði líkasum støði fyri meg persónliga, og tíðliga var greitt, at nógv tíð mátti og átti at leggjast í MFS-arbeiðið. Eitt arbeiði, sum bæði snúði seg um at skipa fyri sosialum tiltøkum, kunningarátøkum, pappírsarbeiði , skriviarbeiði o.a. Við tíðini vísti tað seg, at tað var torført at fáa ráðslimirnar at møta upp til vertsligu tiltøkini og skipa fyri. Hóast dansikvøldini øktu limatalið hjá okkum munandi, varð avrátt at raðfesta øðrvísi, tí tað gjørdist ov tungt hjá teim fáu herðunum, sum skuldu bera dansikvøldini. Hildið varð tí, at dentur heldur skuldi leggjast á meira studentapolitiskt arbeiði. Í sjálvum sær kann hetta tykjast sum ein góð raðfesting, men fylgjurnar vóru eyðsæddar. Eftir stuttari tíð var limatalið lækkað munandi, tí fyrimunurin við avsláttri

des. 2005

fjølnir

5


til tiltøk hjá MFS var næstan horvin! Tað hevði sjálvsagt við sær, at »kontaktfladan« hjá okkum gjørdist alt minni, men samstundis hendi, eftir mínum tykki, eisini nakað annað, sum ávirkaði sjálvt ráðsarbeiðið í heilt stóran mun. Ráðslimirnir mistu tætta sambandið hvør við annan, sum annars fekst við at savnast um tiltøkini, og kenslan av at vera og virka sum ein heild, hvarv! Fundarvirksemið var ikki nóg mikið at halda saman upp á klikuna. Tað kann tykjast løgið, at økta frælsið hjá ráðslimunum hevði við sær eitt lækkandi aktivitetsstøði, men soleiðis var tað nú einaferð! Tað gjørdist alt torførari at savna fólk til fundir, og nevndirnar virkaðu ikki eftir vild. Ofta hevur viljað so illa til, at fundirnir ikki hava verið viðtøkuførir! At so Fjølnir stóð uttan nakran góðan, gjørdi bert støðuna enn truplari. At vera MFS-ráðslimur gjørdist í alt minni mun samleikin hjá ráðslimunum. Kanska var henda gongdin ein partur av rákinum, sum sonevnda »ego-generatiónin« stóð/stendur fyri. Fólk kenna í minni mun samleika sum partur av einum bólki, men í staðin meira sum einstaklingar. Hetta er eitt rák, sum sæst alla staðni, og í MFS-høpi hevur tað kanska víst seg einamest við minkandi fundaraktiviteti, tí fólk raðfesta egnan tørv og lestur fremst. Vóni ikki, at nakar tekur mær tað illa upp, men hetta tykist í øllum førum vera ein sannroynd! Tó so, nú skal hetta ikki skiljast sum um meginparturin av arbeiðinum hevur ligið í dvala í longri tíð. Kanska hevur felagið ikki havt so nógv bein at standa á, men tey beinini, sum so hava borið kroppin, hava staðið rættiliga stinn – tíbetur!

Beint nú er so tað at gleðast um, at MFS tykist hava fingið eina saltvatnsinnspræning m.a. við nýggju heimasíðuni, og hampuliga nógv hevur verið at hoyrt til felagið seinastu tíðina. Eisini hava vit fingið hendur á nýggjum kreftum til ráðsarbeiði, umframt at Fjølnir aftur hevur fingið ein fastan blaðstjóra! Broytingarnar í Keypmannahavn Náttarlívið í Keypmannahavn hevur átt sín part av lestrartíðini, og á hesum økinum eru farnar heilt nógvar broytingar fram hesi árini fyri tey av okkum, sum í størstan mun hava hildið seg til føroysku tilhaldsstøðini, og tí havi eg eisini valt at skriva eina lítla, sjálvstøðuga grein um tað, og er hon at finna aðra staðni í blaðnum. Nýggjastu tølini frá Stuðulsstovninum vísa, at í dag eru heili 15% av lesandi føroyingum uttan fyri Føroyar stødd aðra staðni enn í Danmark í mun til í lestrarárið 1997/98, tá einans 6% lósu aðra staðni. Tað er uttan iva Altjóða Skrivstovan, sum lat upp fyri júst fimm árum síðani, sum eigur æruna av hesum. Fólk eru í dag nógv betur upplýst um útboðið. Hetta er ein liður í altjóðagerðini, og tað merkist partvís eisini á føroyingalívinum í Keypmannahavn. Havi tosað við fólk, ið hava búleikast í danska høvuðsstaðnum í nógv ár, sum halda, at føroyingar í minni og minni mun finna saman í reinum føroyskum samfeløgum í býnum. Víst verður m.a. á lækkandi limatal í føroysku feløgunum, Nærvarpið er burtur og føroyingafeløgini eru sovnað burtur.

at “byrja umaftur”, tá tey flyta heim. Mangt tey hava lært, var til onga nyttu og nýtt er, ið skal inn í staðin, ið kanska er ringt at fáa inn, nú ein hevur arbeitt so leingi á ein ávísan hátt. Fyrrverandi landsstýrið birti uppundir eini ætlan um ein føroyskan listaskúla, ið skuldi liggja á Sandoynni. Eg haldi hetta ljóðar sum eitt sera spennandi tiltak og havi tí gjørt av at kanna nærri, hvat ætlanirnar innibera. Ætlaninin snýr seg, inntil víðari, um eina eitt ára útbúgving, ið er fyri ung, ið hava listarlig evnir, men kanska hava brúk fyri einum ári at royna seg og menna seg í, áðrenn tey søkja inn á hægri listarliga útbúgving í útlandinum. Útyvir, at hetta er ein góð íløga fyri tað føroyska listaumhvørvið, er hetta eisini eitt mál, ið snýr seg um økismenning. Sandoyggin hevur, eins og aðrar oyggjar uttanfyri meginøkið, trupulleikar viðvíkjandi fráflyting og manglandi virksemi. Ætlanir eru um ein skúla við fimm linjum: myndlist, tónleik, margmiðlalist, leiklist og tóvirki. Skúlin skal rúma eini 40 næmingum, ið fáa møguleikan at búgva á skúlanum. Hvør deild á skúlanum skal hava ein fyristøðuleiðara, ið skal búgva á skúlanum og standa fyri undirvísingini. Hesin kann so velja at fáa onkran lærara aftrat sær í styttri ella longri tíðarskeið. Ikki verða ávís krøv sett til næmingin fyri at sleppa inn á skúlan, men ein upptøkusamrøða verður við hvønn einstaka umsøkjara at døma, hvørt hesin er nóg búgvin og nóg ágrýtin. Ei heldur verður fráfaringarroynd hildin, bert eitt skjal sum prógv fyri, at

næmingur hevur fylgt skeiðnum. Støðið á hesum skúlanum verður altavgerandi fyri, um hetta verður ein væleydnað verkætlan. Um tey dugnaligastu og ágrýtnastu velja at fara aðrastaðna, orsakað av, at tey ikki fáa nóg mikið burturúr, er onki vunnið. Tí átti at endurhugsast, um tað er sannlíkt, at skúlin fer at fáa í minsta lagi 40 seriøsar, føroyskar, umsøkjarar hvørt ár. Møguleikin fyri at fáa áhugaverdar lærarar uttanífrá á staðið – aftrat tí eina fyristøðumanninum á hvørjari deild – versnar, um talið av næmingum verður færri. Umframt, at um ov nógvir óseriøsir næmingar eru, kann tað ávirka huglagið og djúpdina í undirvísinigini og arbeiðnum. Hetta er tó ein trupulleiki, ið kann umgangast, haldi eg, um fyriskipararnir hugsa eitt sindur meiri framskygt og ikki bert hugsa hendan skúlan sum ein skúla fyri ungar føroyskar listaspírar. Tað er so vanligt í dag, at ung leita sær til onnur lond í eitt tíðarskeið at royna onkran háskúla ella upplivingar av øðrum slagi. Eins og vit føroyingar hava gjørt tað í mong ár, tí vit eru noydd til tað, gera eisini okkara grannafólk tað av áhuga. Júst innan listina, hava vit eitt umhvørvi, ið er heilt serligt, og í mínum eygum, er tað slettis ikki óhugsandi, at hesin skúlin kundi blivið eitt stað fyri listaráhugaðum úr øllum Norðurlondum, ella enntá longri burturi frá. Hetta er tó neyðugt at hava í geyma frá byrjan av, so umstøðurnar verða tillagaðar hesum visjónum. Neyðugt er at gera karmarnar á hesum skúlanum so atdráttarmiklar, at hesin skúlin kann standa mát við

MFS skipar fyri áhugaverdum fyrilestri við teimum báðum Tórunn Ellingsgaard og Beinta L. Jacobsen leygarkvøldið tann 28. januar kl. 20.00 í Áarstovu, Århus. Fyrilesturin fer at snúgva seg um teirra arbeiðsroyndir innan føroyskar og danskar fjølmiðlar, og síðan eina samanbering av føroyska og danska fjølmiðlaheimin, bæði tá tað ræður um arbeiðsumstødur, men eisini góðsku av tí, ið er í fjølmiðlunum.

6

fjølnir

des. 2005

des.

fjølnir

19


Ein listaskúli í Føroyum Nina A. Arge

Í Føroyum eiga vit nógv listafólk sæð í mun til fólkatalið. Hetta, hóast tað ikki ber til at nema sær eina listarliga útbúgving í Føroyum. Til ber at velja evning í studentaskúlanum, onkur skeið eru á kvøldskúla, men um tú vilt meiri enn hetta, er neyðugt at fara av landinum. Hetta, at tey ungu noyðast av landinum at nema sær útbúgving, er ikki nakað nýtt og er hetta á nógvar mátar sunt fyri samfelagið. Tó, tá hugsað verður um, hvussu stóran týdning náttúran, ljósið og nærsamfelagið hevur fyri føroysku listina, kann hetta tykjast sum eitt paradoks, at ein ikki sleppur at læra og royna seg innan list í føroyska umhvørvinum, sum seinni, um tú velur at halda leiðina fram sum listafólk, fer at spæla so stóran leiklut í karrieruni hjá tær.

Eg sjálv, sum so mong onnur ung, fór niður á listaháskúla, eftir at hava fingið studentahúgvuna. Skúlin gav mær blóð uppá tonnina at halda áfram innan tí kreativa og skapandi økinum. Tó, bæði á háskulanum og nú á arkitektaskúlanum, sakni eg okkurt. Eg læri nógv, jú, men eg veit eisini, at nógv av tí, sum eg skal ígjøgnum, ikki akkurát verður nakað, sum eg komi at brúka, um eg velji at flyta heimaftur. Samstundis sum nógv, ið hevði verið viðkomandi fyri eina karrieru í Føroyum, ikki ber til at læra á skúlanum. Útyvir hetta heilt konkreta hondverkið, ið ein skal læra, snýr ein so stórur partur av einari kreativari uppgávu, um tað so er ein mynd, eitt hús, eitt tónleikalag, e.o.t., um íblástur. Og ert tú langt burturi frá íblástrarkelduni, so verður hon ring at finna aftur í verkinum. Mong føroysk listarfólk, kenna tað tí, at tey noyðast

Á Øresundskollegiinum ljóðar, at íslendingarnir taka yvir (kanska ein liður í umfatandi uppkeypinum av donskum fyritøkum!!!), og at føroyska málið als ikki er dominerandi á gongdunum longur. Í øllum førum sigst, at fyrr hava eini 500-600 føroyingar búleikast í føroysku ghettoini, og í dag vísa tøl, at talan er um eini 300 føroyingar við bústaði á Dalslandsgade 8. Sjálvsagt ein stór lækking, men havast skal tó í huga, at í øllum Danmark eru »bert« uml. 800 lesandi føroyingar í løtuni! Tað er tó ikki bert á føroyingaøkinum, at broytingar eru farnar fram í Keypmannahavn. Samferðslan er batnað munandi við metro´ini, sum tó hevur fingið nógv høgg við sær á vegnum. Kanska heldur ikki so smart við eini tílíkari kompleksari skipan, tá »manualin« er á italienskum! Samstundis eru HT-prísirnir hækkaðir støðugt, so tað kann tykjast ikki sørt paradoksalt, tá sagt

verður, at almenna samferðslukervið skal raðfestast hægri. Tá hevur ligið betur fyri við Øresundsbrúnni, sum ger, at ikki er neyðugt longur at bíða eftir einum frystum sundi fyri at knýta gomlu fíggindarnar tættari. Christiania, sum annars hevur verið ein av størstu turistmagnetunum í danska høvuðsstaðnum hevur mist ein part av síni »sjarmu«, ella lat meg heldur kalla tað samleika, eftir at Pusher-street er latin aftur. Í staðin hevur býurin fingið turistperlurnar, Fisketorvet og Fields, sum eru vorðin obligatoriskar »seværdigheitir«, í hvussu so er, tá vitjan hevur verið úr Føroyum. Broytingarnar í mær sjálvari Kann ikki lata vera við at hugsa um vanliga ævintýrabygnaðin heimaà úti à heima, tá eg skal lýsa støðuna at venda heim aftur eftir lokna útbúgving. Í ævintýrinum er talan um eina menningarferð hjá hetjuni, og tað er jú ikki heilt við síðuna av at lýsa árini í útlegd á sama hátt. Stóri spurningurin er so, hvussu tað fer at vera at venda heim aftur. Ert tú tá brynjað at vinna á øllum filsnum og vandum? Vænti satt at siga, at mentanarhvøkkurin fer at vera munandi størri hendan vegin enn hann var, tá eg fyri góðum 6 árum síðani flutti til Keypmannahavnar. Tá vóru flytieskjurnar heldur ikki so nógvar í tali. Eg flutti beint úr reiðrinum hjá foreldrunum, og tað mesta eg hevði við mær, rúmaðist í einum kufferti. Lív mítt í eskjum - soleiðis kundi eg ikki lata vera at hugsa, tá allar tær mongu flytieskjurnar vórðu pakkaðar, nú leiðin gekk øvugtan veg aftur. Nú var lív mítt seinastu gott seks árini pakkað í eskjur. Ótrúligt so nógv skrambul,

Tórunn hevur m.a. arbeitt í SVF, MTV og seinast á DR. Hon er útbúgvin journalist og hevur m.a. útgivið eina bók um Peter Brixtofte. Beinta hevur m.a. arbeitt í ÚF, og hevur skrivað fyri føroysku tíðindabløðini. Hon er útbúgvin journalist og lesir nú stjórnmálafrøði á Árhus Universitet. Vit síggjast í Áarstovu leygarkvøldið tann 28. januar.

18

fjølnir

des. 2005

des. 2004

fjølnir

7


tú kanst savna saman upp á so stutta tíð. Spennandi verður nú at síggja, hvussu innihaldið í eskjunum fer at hóska inn uppi í Føroyum. Eg vænti, at eg nú í nógv størri mun verði noydd at »redefinera« meg sjálva, sum tað eitur á góðum føroyskum! Tað sigur jú seg sjálvt, at tað oftast er verri at fara til okkurt minni, tí mørkini eru ikki eins víð og møguleikarnir sjáldan teir somu. Tí kann vera torført at finna rúm fyri nýspískaðu albogunum og nýggju ástøðiligu barlastini innan ofta trengru karmarnar. Tað vísa royndirnar hjá øðrum í hvussu so er, so ávaringin er móttikin! Í MFS hava vit ofta tosað um at gjørt eina kanning av onkrum slag, har vit royna at lofta afturvendum útisetum og teimum, sum ikki valdu at flyta heim beint eftir loknan lestur fyri at vita, hvørjar royndir og tankar tey hava gjørt sær. So henda áheitanin fer at hanga í luftini til komandi ráðslimir frá einum útiseta, sum stuðlar klisjé´ini um tann føroyska lesandi, ið vendir heim við einum ólidnum speciali í viðførinum. Hví tímir tú? »Hví tímir tú at brúka so nógva tíð og orku upp á nakað so ótakksamt«, eri eg spurd aftur og aftur í samband við ráðsarbeiði í MFS. Og ja, viðgingið, eg havi ofta spurt meg sjálva sama spurning og til tíðir kanska havt ilt við at finna eitt svar. Eina ferð varð eg eisini spurd í eini samrøðu um sjálvboðið arbeiði, um tað var mín samleiki sum føroyingur, ið gjørdi, at eg var virkin í einum felag sum MFS. Eg var skjót at svara nei, tí eg hevði áður

verið við í t.d.næmingaráðsarbeiði og øðrum nevndarvirksemi, og helt tí, at slíkt arbeiði bert var nakað, ið lá til mín og vildi ikki hava hetta vent til ein tjóðskaparligan spurning. Síðani havi eg tó grunað eitt sindur meira um hetta, og tað kemst ikki uttan um, at felagsnevnararnir fyri tey, sum MFS umboðar, er, at tey eru lesandi og føroyingar, og at tað í veruleikanum er hesum samleikum, eg havi arbeitt út frá í míni tíð í MFS. So tjóðskaparspurningur ella ei, so er tað ein sannroynd, at MFS í stóran mun umboðar útisetar og arbeiðir fyri júst at betra korini hjá teimum. Ringt at sleppa Tá eg á fyrsta sinni ung og grøn trein inn um gáttina á MFS-skrivstovuni ein februardag í 2001 á aðalfund, hevði eg ikki grunað, at hesi høli fóru at verða mítt annað heim í mong ár fram. Havi ofta hugsað tankan um at gevast, tí tað kann vera torført at vísa á ítøkilig úrslit av ráðsarbeiðinum, tí drúgfør skriving aftur og fram við føroysku myndugleikarnar ofta er tað einasta, ið fæst burturúr. Tó er tað kanska júst hetta drúgførið, ið hevur hildið meg afturat arbeiðinum, tí treiskni hevur havt við sær, at eg ikki havi viljað slept, men fegin sjalv kunnað borið boð í bý. Mongu tímarnir á gomlu skrivstovuni hava eisini við sær, at tað fyri meg er ikki sørt súmbolskt, at MFS nú er flutt av gomlu skrivstovuni og skal til at byggja eina nýggja tilveru upp í grannahølinum. Hetta er kanska rætta løtan, at gamla rottan leggur frá sær og letur nýggjar kreftir sleppa fram at.

eitt hóskandi støði til venjingarnar. Nakrir venjingardystir vóru eisini leiktir, summir við fínum úrtslitum og tað boðaði frá góðum. Kappingarárið Kappingin gekk strúkandi. Í fyrru helvt, sum var ein kapping fyri seg, vunnu tær níggju dystir og taptu ein. Hetta gjørdi, at tær fingu eitt fyrstapláss og 12 stig við sær í heystkappingina, sum var mannað av seks teimum ovastu liðunum úr várkappingini. Í heystkappingini vunnu tær sjey dystur, fingu ein javnleik og taptu tveir dystir. Málið, sum var uppflyting, gjørdist nú veruleiki og spælt verður í næsta kappingarári í Keypmannahavnarseriuni, sum í veruleikanum er tann deildin, ið riggar nógv betur til eitt so væl spælandi lið, sum ÍF Føroyar-kvinnurnar vístu seg at vera. Føroysku fjølmiðlarnir Nógv var skrivað í teimum føroysku fjølmiðlunum um kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum og nógv var kjakað um ikki onkur landsliðsleikari fór at spyrjast burturúr nýggja liðnum. Lagt var upp til hetta í eini samrøðu við landsliðsvenjaran í Dimmalætting í vár, men tá alt kom til alt, vóru aðrar 22 úttiknar til oyggjaleikalands liðshópin. Hetta skiltu vit í ÍF Føroyum ikki, tá hvørki landsliðsvenjarin ella nakað annað umboð frá FSF høvdu sæð nakran dyst hjá kvinnunum og grundgevingin fyri at eingin av ÍF Føroyar-kvinnunum var við á landsliðnum, var at støðið, seria 1, var ov lágt. Nú skulu tær so spæla eina deild hægri og lagt er tí upp

til at fáa vitjan av landsliðsvenjaranum – ella øðrum umboðsmanni – nakrar ferðir næsta ár, so bert er at vóna, at onkur hevur ein møguleika at koma við á landsliðið, sjálvt um viðkomandi spælir við ÍF Føroyum. Sjálvt um talið á teimum kvinnum, sum hava verið og vant í ár, er komið upp um 30, so vil eg hervið biðja allar tær, sum hava hug at flyta seg eitt sindur, um at koma og royna seg sum fótbóltsleikarar næsta kappingarár. Byrjað verður, sum í 2005, við innanduravenjing í januar og farið verður út á Kløvermarkina einaferð í februar. Um tú ert etableraður leikari ella tú bert ætlar at flyta teg eitt sindur, so legg tína leið framvið heimasíðuni hjá ÍF Føroyum, www.fotboltur.dk, har eru allir neyðugir upplýsingar at finna.

Birgar Larsen, venjari

Fjølnir er blaðið hjá føroyskum lesandi. Um tit hava tilfar, tit hildu kundi verið áhugavert at havt við ella um tit hava hug at skriva eina grein ella koma við tykkara meiningum, so komið endiliga við tí! Sendið tað við e-post til mfs@mfs.fo

8

fjølnir

des. 2005

des. 2005

fjølnir

17


Fótbóltskvinnurnar í “Kongens København”

Lesandi í Týsklandi

Birgar Larsen, venjari

Durita Jóansdóttir

fótbólt í felagnum, men í ár varð so fyrsta útisetakvinnulið meldað til donsku kappingina. Málið fyri 2005 Liðið byrjaði í niðastu deild í kappingini – seria 1 – og leikararnir vóru ikki sørt ambitiøsir, tí longu eftir tann fyrsta spælarafundin gjørdist greitt, at málið fyri tað fyrsta árið var uppflyting! Sigast skal, at tær flestu kendu hvørja aðra frá heimligu kappingini og tær, ið høvdu leikt í Danmark áðrenn, kundu fortelja eitthvørt um støðið á fótbóltinum í høvuðsstaðnum. Tær gjørdust tískil samdar um, at málið átti at setast hampuliga høgt. Í 2004 bleiv fyrsta stig til eitt føroyskt kvinnulið í Keypmannahavn tikið. Nevndin hjá ÍF Føroyum hevði ein fund um hetta og til hendan fundin, blivu allar, ið vóru áhugaðar í at spæla fótbólt, bidnar um at møta. Og væl varð møtt. Umleið 20 undirskriftir komu á pappír og fótbóltsnevdin hjá ÍF Føroyum fór síðani í gongd við at fáa eitt kvinnulið upp at standa. ÍF Føroyar ÍF Føroyar var sett á stovn í 1939 av føroyingum, búsitandi í Keypmannahavn, men tað er eingin treyt at ein skal verða av føroyskum uppruna fyri at verða við í ítrottarfelagnum, men hetta er tó ein fyrimunur, tá alt samskifti fer fram á føroyskum. Í løtuni eru umleið 130 limir í ÍF Føroyum og teir kappast í trimum ítrottargreinum: Fótbólti, hondbólti og flogbólti. Frá 1939 til 2005 vóru tað bert menn, ið sluppu at spæla

16

fjølnir

des. 2005

Venjingin Longu í Januar var byrjað við innanduravenjing í Grøndal Centret í Vanløse og hálvan februar var farið út á Kløvermarkina – heimavøllurin hjá ÍF Føroyum – at venja á graslíki. Ikki fyrr enn beint áðrenn kappingin byrjaði, sluppu tær út á vanligt gras at venja/spæla og hetta var nakað nýtt hjá teimum, ið bert høvdu spælt í Føroyum áðrenn, har bert verður leikt á graslíki. Tað var sera kalt í byrjanini av árinum og onkumtíð vóru bert fýra kvinnur til venjing, men uppmøtingin gjørdist betur sum veðrið batnaði. Venjingin var tvær ferðir um vikuna og størst dentur var lagdur á spæl við bólti og spæl á grasi, tí at allar sjálvandi skuldu verða við. Hetta gjørdi, at tær, sum longu høvdu spælt fótbólt á høgum støði, ikki fingu so nógv burturúr, meðan hinar, sum ikki høvdu spælt í langa tíð, lærdu sera skjótt av teimum og saman dugdu tær sera væl at finna

Durita L. Jóansdóttir, úr Havn, B.A. í fjølmiðlavísindi, lesur nú “European Studies” við Aarhus Universitet. Hon er gestalesandi við Universität Bremen og greiðir frá máli, mentan og tjóðskaparligum samleika í einum nýggjum lestrarumhvørvi. Tað er sera spennandi at fara sum gestalesandi til annað land. Tað ber ikki til, hugsaði eg, at hava lisið “European Studies” bert í Århus, uttan at hava verið í einum av teimum stóru londunum, sum hava havt so nógv at týða fyri gongdina í ES. Tí eri eg nú í Bremen, hetta er mítt seinasta lestrarhálvár, áðrenn eg fari at skriva spesialið.

Tann vakri Bremen

Bremen er ein gamal hansabýur, sum liggur í norðara parti av Týsklandi, og tekur tað bert 6,5 tímar at koyra við toki frá Århus til Bremen. Býurin er sera vakur: Stór litføgur trøð stinga seg upp allastaðni, og grønar fløtur og bláar áir smoyggja sær lið um lið oman gjøgnum landslagið. Tann stásiliga dómkirkjan og tað hábærsliga ráðhúsið prýða miðbýin, og við vegirnar liggja fitt gomul hús ella íbúðir við smáum græsplenum,

reyðum rósurunnum og lágum trægørðum. Býurin fær meg at hugsa um Nangijala í barnabókini ´Brøðurnir Leyvuhjarta` eftir Astrid Lindgren.

Hví Týskland?

Eg valdi Týskland mest av praktiskum orsøkum. Eg vildi læra eitt annað europeiskt mál enn enskt. Menniskjalyndið er nú einaferð so, at ein hevur hug at velja tað, sum liggur tætt at egnum mentaliteti og royndum. Sjálvt um eg ikki havi gjørt nakað serligt við týska málið í fleiri ár, so helt eg, at hetta málið kann ikki vera so torført at fáa á glið aftur, tí eg var nú ikki heilt eigasør í týskum í studentaskúlanum í Hoydølum. Franskt havi eg eisini havt, men ikki í sama mun. Onkursvegna havi eg ein barnsligan óvilja ímóti at læra franskt. Søgurnar siga, at fransmenn bert vilja tosa franskt, tað kann ein føroyingur, sum er tvungin til at tosa alt annað enn sítt egna móðurmál við fremmant fólk ikki lata sær lynda. Ein sannroynd er, at minni málið hjá einari tjóð er, sum t.d. teirri føroysku, tess fleiri mál noyðast vit at læra okkum, um vit vilja klára okkum í alheimshøpi. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er hjá føroyingum at halda fast um at læra seg fleiri fremmand mál og ikki bert enskt. Tað er t.d. einki sum bendir á, at tað er ein vilji millum limalondini í ES at gera enskt til einasta almenna arbeiðsmálið hjá samveldinum. Í dag eru bæði franskt, týskt og enskt ES-arbeiðsmál. Ein kann halda, hvat ein vil um mál sum danskt, týskt, spanskt – enntá franskt – í skúlanum, men við hesum mongu málum fær ein innlit og atgongd til stóran part av einum sera málríkum Europa.

des. 2005

fjølnir

9


At tala týskt

Tó, komin til Týsklands er tað ikki heilt so lætt brádliga at skifta til at tala týskt. Allar bendingar og fyrisetingar skulu terpast umaftur. Ringt er eisini at minnast kynið á navnorðum, um sagnorðini eru sterkt ella veikt bend, leyst ella fast samansett, og eftir hvørjari bending lýsingarorðini leggja seg eftir. Einasta loysn er at fáa loyst tungubandið og royna at nýta tær fáu glosurnar, eg enn kann minnast. Eg royni sum frægast ikki at gera ov nógvar eykasetningar og serliga innskotnar setningar. Mín góði lærari í týskum á hástig í studentaskúlanum, André Niclasen, hevði kanska ikki verið so fegin um málfimi mítt í hesi skiftistíð, men týskarar eru kortini sera nøgdir við tað, sum eg sigi. Eg eri so heppin at búgva saman við 5 týskarum, sum altíð eru fúsir til ikki at tosa enskt við meg. Tað bøtir væl um mínar innlæringarmøguleikar, at mestsum hvør ein sending í

sjónvarpinum er á týskum, alt verður synkroniserað. Undirtekstir finnast ikki. »Mein Name ist Bond, James Bond!« Eg má hinvegin viðganga, at tað hevur ikki heilt ta somu effektina at hyggja eftir ´The Simpsons« á týskum, ella hoyra eina mannliga týska rødd taka yvir raddarbondini hjá Sean Connery. Tað týska málið megnar ikki rættiliga at endurskapa hansara sermerktu eggjandi skotsku aksent, sum hvørt eitt konufólk í James Bond-filmunum er fallið fyri. »Mein Name ist Bond, James Bond« klingar eftir mínum tykki ikki rættiliga á týskum. Nei her dámar mær best originalin. Sum heild eru teir týskarar, sum eg havi møtt, sera tolnir, tá eg royni at tosa týskt. Teir bíða, til eg eri liðug at tosa og hjálpa mær, um grammatikkin fer á glið. Eg eri sera væl móttikin í Bremen. Fólkið er fitt, blítt og fyrikomandi. Tá eg nevni, at eg eri føroyingur, fáa tey ein fjaran nostalgiskan longsul í eyguni og siga: »Richtig, Färöer, wow.« Síðan fellir prátið sjálvandi inn á topphúgvuna hjá Jens Martin Knudsen, sambandið við Danmark og ikki at gloyma grindadráp.

»Og hvat heldur tú so um Týskland?«

Stuttligt er, hvussu eitt fólk altíð vil hava at vita, hvussu tey eru. Føroysku fjølmiðlarnir duga sera væl at spyrja standardspurningin: »Og hvussu dámar tær so Føroyar og føroyingar, og hví valdi tú Føroyar« Eg haldi, at hesin spurningur varð givin hvørjum einasta útlendskum tónleikabólki og orkestri, sum hava spælt á

10

fjølnir

des. 2005

andlitini. Jacques var nýggja in-staðið – eingin ivi um tað, og við snotuligu og rúmligu hølunum, lekru barrvørðunum ;o) og eksotisku drinkunum var ikki ringt at lokka fólk til. Tað vísti seg tó skjótt, at føroyski málbólkurin ikki einsamallur kundi halda staðnum koyrandi orsakað av júst snotuligheitini hjá staðnum og dýru húsaleiguni, tí varð farið eftir øðrum ungfólki í danska náttarlívinum. Sjálvt um Jacques framvegis má sigast at vera staðið, har føroyingar hittast í býnum, so hevur Føroyahúsið megnað at endurvinna sítt gamla sæti sum dansistað, og enn ber til at fara í býin at dansa »eitt-eitt-tvey« saman við dansipartnaranum heldur enn bert yvirav honum!

Jú, enn er møguligt at hitta føroyingar á serligum savningsstøðum í náttarlívinum í Keypmannahavn, men samansetingin av teimum er kanska ikki so marglitt sum eitt nú í síni tíð á Skarv. Har var eingin dress-code, og stórur partur av gestunum vóru ofta eldri sjómenn við hangireyv og reyvagreinini undan, sum sótu og komu við frekum viðmerkingum til konufólkini. Ótrúligt, men ofta hevði man lyndi til at bera yvir við teimum, bert tí teir vóru føroyingar. Í dag nýtist tær ikki at smæðast at taka donsku vinfólkini við í býin á Jacques, tí tað stendur einki aftanfyri donsku dansistøðini, men aftur fyri er talan mest um eitt stað, ið vendir sær til tey ungu og checkaðu!

des. 2005

fjølnir

15


høvdu eina fasta leið oman í Nyhavn eftir morgun«mati«, og starvsfólkini á eitt nú Herluf Trolle mundu kenna nógv føroysk andlit um tað mundið. Onkur royndi at fáa nakað av nýhugsan inn í føroysku samfeløgini í danska høvuðsstaðnum við Café Malmø, ið var ein lítil kjallarabarr beint við har Malmø-bátarnir løgdu at, áðrenn Øresundsbrúgvin tók grundarlagið undan hesi farleið. Har vóru tað aloftast Eyðun og Terji, ið stóðu fyri tónleikinum. Hetta mundi vera í ár 2000, og satt at siga vóru tilboðini um hetta mundið heilt nógv til tey, sum dyrkaðu føroyska náttarlívið í Keypmannahavn. Medborgarahúsið, Gimle, við Islands Brygge dróg gott nokk andan tær seinastu ferðirnar, men hetta var annars eitt stað, ið hevði drigið føroyingar í dans, og fólk gleddust um aftur at sleppa í dans eins og á yngri árum í ítróttarhallunum heima í Føroyum. Dansurin á Gimle var tí kanska nokkso “bygdasligur” og minti ikki sørt

um tað, danir nevna halbal ella halfest, sum mest sæst á smáplássunum kring landið. Fyri tey, sum dámdu at spíla seg út á dansigólvinum, átti Gimle uttan iva óumstrídda fyrsta plássið, tí dansigólvið var so deiliga stórt! Tað er við ikki sørt av sorgblídni at síggja, at stórir skrivstovubygningar eru settir á annars sjáldsama grøna blettin mitt í stórbýnum Keypmannahavn, har Gimle áður helt til. Afturat Skarv, Café Malmø og Gimle var Føroyahúsið framvegis ein møguleiki, tá okkurt av feløgunum skipaði fyri dansi í vikuskiftunum. Sjálvt um dansurin ofta endaði longu kl 3-4, so fingu fólk nakrar tímar á dansigólvinum, við barrina ella hvat tey nú kundu finna uppá, tí dyrnar lótu aftur longu á midnátt. Hetta hevði við sær nógvar avkvettar veitslur, har fólk fóru loypandi avstað fyri at fanga ein taxa, áðrenn Sesam lat dyrnar aftur inni á Vesterbrogade. Tað slepst ikki uttan um at nevna barrina á Øresundskollegiinum, sum eisini hevur virkað sum savningardepil fyri nógvar føroyingar í gjøgnum ár og dag, men tað tykist sum staðið hevur síni “ON” og “OFF”-tíðarskeið. Fyri eini trimum árum síðani, tá ein sonn karaoke-dilla tók seg upp, var barrin hvørt hóskvøld stúgvandi full av føroyingum – eisini teimum, ið ikki búðu í ghetto´ini. Tá Jacques lat upp tíðliga í 2002, minnist meg rætt, sást tað tíðiliga aftur aðra staðni í føroyska náttarlívinum. Dansitiltøkini í Føroyahúsinum góvu ikki longur nakað avkast orsakað av fáu gestunum, og á Skarv vóru bert hendinga føroyingar at hóma millum grønlendsku

teimum nú mongu festivalum og tónleikatiltøkum, sum hava stungið seg upp á klettunum. Einki galið er tó í hesum, tí eg vildið mett, at soleiðis eru allar tjóðir í størri ella minni mun eisini Týskland. Til mína fyrstu veitslu í Bremen, spyrja næstan øll, sum eg tosi við, hví eg havi valt Bremen, hvussu mær dámar týskarar, og hvat eg haldi vera øðrvísi í Týsklandi samanborðið við Føroyar og Danmark. Sannleikin er, at týskarar ikki eru so nógv ørðvísi enn føroyingar ella danir. Smámunir koma altíð at verða, men at finna hesar krevur, at ein hevur verið eitt longri tíðarskeið í einum samfelag. Teir stóru munirnar finnir ein serliga, tá ein ferðast í ørðum heimspørtum sum t.d Kina, hetta risastóra land líkist so avgjørt ikki Europa. Í veitsluni royni eg sum frægast at siga týskarunum, hvat teir vilja hoyra. Eg greiði frá, at teir eru sera fyrikomandi, sjálvt um tað er mær fortalt, at Bremar eru svinnir. Hetta segði ein týskari mær, sum kom úr München. Tað er sera áhugavert, at kemur ein úr sama landi, tá er tað í lagið at samanbera sín heimstað við ein annan í hesum sama landi og siga, at sín er tann betri.

Hin fremmandi og nýggja samfelagið

Er ein hinvegin fremmandur í landinum, verður væntað, at samanberingin ella lýsingin av samfelagnum komið er til, altíð er góð. Meg lysti at vita reaktiónina hjá føroyingum, um Simon Kvamm úr danska tónleikabólkinum Nephew hevði sagt í øllum fjølmiðlum og á pallinum á G í summar, at tær føroysku genturnar eru ljótar, og at G festivalurin stinkar.

Eg haldi áfram at lýsa týskarar við nøkrum sera positivum og almennum lýsingarorðum, men skjótt er uppi. Týskararnir eru tá fúsir at hjálpa mær at greiða teimum frá, hvussu teir eru ørðvísi. Hvussu júst ein veitsla hjá teimum gongur fyri seg. At teir eru buldrutir og drekka nógv. Hetta hevur vist hvør ein føroyingur búsitandi í Danmark eisini fingið at vita. Eg smílist og eri samd við týskarunum, at soleiðis eru teir av sonnum. Tað góða er, at nú havi eg fingið nøkur lyklaorð frá týskarum, sum eg kann nýta til at lýsa teir næstu ferð, eg møti einum týskara, sum vil hava at vita, hvussu hann er ørðvísi, við hansara egnum orðum sjálvandi. Endamálið við øllum hesum er at fáa staðfest og sett orð á sín egna nationalitet.

Tjóðskaparligur samleiki

Mentanin hjá einari tjóð er eitthvørt inngrógvið, men av sonnum eisini nakað uppfunnið og nakað, sum broytist og verður skapað av nýggjum. Føroyingar vilja eisini staðfesta sín egna tjóðskaparliga samleika so nógv, at tað oftani verður til eina sjálvútinnandi profeti. Í Danmark kunnu føroyingar t.d finna uppá at larma ekstra nógv til eina veitslu og syngja uppaftur meira, enn teir eru vanir. Hetta fyri ikki at missa okkara tjóðskaparliga samleika í einum øðrum landi og fyri at vísa dønum, at vit eru føroyingar og avgjørt ikki danir. Frændir og Kári P., hugsi eg, eru oftani meira spældir í Danmark enn í Føroyum. Her gangi eg tó einsamøll við mínum føroyska samleika í Bremen.

Mfs fer í nærmastu framtíð at skipa fyri pokerkapping í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Fylgið við á heimasíðuni, har lýst verður við tiltakinum.

14

fjølnir

des. 2005

des. 2005

fjølnir

11


Morning Dew, nýggj fløga hjá Høgna Lisberg

Frá Lauritz til Jacques Katrin D. Apol

Á fløguni eru 12 løg, og hon fæst til keyps kring alt landið frá mánadegnum 28. nov. Á heimasíüni www.hogni .com kann man hoyra løgini Morning Dew og Learn to ride on waves sum í løtuni er eykalag á 15 teimun bestu.

23 ára gamli leirvíkingurin Høgni Lisberg, eisini kendur sum trummuleikarin hjá Clickhaze, gav út sína næstu fløgu mánadagin 28. nov.

Tað sigst, at Keypmannahavn er heimsins størsti føroyski býur, tí har búgva flest føroyingar. Havi hoyrt onkran nevna talið 20.000, men eg vænti ikki, at nakar veruliga hevur hóming av hesum. Tað er tó einki at taka seg aftur í, at føroyingar í manna minni hava átt sín serliga leiklut í føroyska náttarlívinum í Keypmannahavn. Ikki tí teir hava sett sín dám á breiddina í náttarlívinum – heldur tvørtur ímóti – teir hava savnast ávís støð fyri at hitta egnar landsmenn.

Høgni gav út sína fyrstu solofløgu, Most Beautiful Things, í desember 2003. Fløgan gjørdist nr. 2 á sølulistanum hjá plátufelagnum Tutl í 2004 og var slóbrótari fyri sonevndu “mentanarbrúnni” millum Føroyar og Sveits, har Høgni túraði við sínum bólki í 2004. Sveitsisku miðlarnir vístu stóran áhuga fyri tónleikinum, og seinni hava fleiri aðrir føroyskir bólkar vitjað Sveits. Í ár framførdi Høgni Lisberg m.a á AME, Nibe- og G! Festivalinum, har nýggju løgini eisini vóru at hoyra. Millum tónleikararnar á nýggju fløguni teljast, umframt Høgna: Jens L.Thomsen,AllanTausen, Hans Poulsen, Jana Hjallgrímsdóttir, Tom Vanstiphout (BE) og Óli Poulsen. Jens L. Thomsen hevur upptikið í Lundgaard Studios í Danmark og Óli Poulsen ljóðblandaði.

savnað føroyingar í nógv ár. Søgur vóru farnar at ganga um, at føroyingar ikki longur vóru vælkomnir, og onkur mátti beinleiðis kenna sviðan av hesum, tá viðkomandi varð álopin uttan fyri gamla tilhaldsstaðið. Hetta fekk fólk at flýggja á hitt tilhaldsstaðið hjá føroyingum um tað mundið - góða gamla Skarv, sum nú helt til á Pilestræde. Hølini hjá Skarv vóru kanska ikki nakað at reypa av. Har var lágt til loftið, rættiliga trongligt – serliga við barrdiskin – veggirnir høvdu ein andstyggiligan gulan lit, og tú fekst ikki meira enn vent tær á lítla dansigólvinum. Tað skal tó ikki vera nøkur loyna, at Skarv hevði eina serliga sjarmu hóast alt, og mong munnu tey vera, ið saman við mær hava eina ávísa nostalgi knýtta at staðnum í Pilestræde. Skarv var tó neyvan staðið, tú stolt/ur vísti donsku vinfólkunum sum títt fasta tilhaldsstað í vikuskiftunum, tí tað var satt at siga ein »bula«! Tó so, bíðirøðin uttan fyri hvørt leygarkvøld talaði hóast hetta fyri seg. Eitt gott við Skarv var eisini, at tað ikki lat aftur fyrr enn langt út á morgunin, soleiðis at fólk náddu at skrála seg hás, og ikki minst at tøma gløsini, áðrenn tey settu kósina inn í býin. Tað var tó ikki altíð nóg mikið, at Skarv lat aftur um 6-tíðina, og teir veruliga garvaðu skarvfjeppararnir

Føroyska náttarlívið hevur í míni lestrartíð eisini spælt ein ávísan leiklut, og júst á hesum økinum hevur hetta tíðarskeiðið verið rættiliga turbulent, um man kann siga soleiðis. Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, flutti eg til Keypmannahavnar á heysti í 1999 og upplivdi tí bert seinastu spjálkini á Lauritz Betjent, sum annars hevði

Hvat hava Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø og Óli Breckmann í felag?

Svarið finst á www.mfs.fo

12

fjølnir

des. 2005

des. 2005

fjølnir

13

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 4 - Desember 2005  

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 4 - Desember 2005

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you