Page 1

Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A Dk-1620 København

Meginfelag Føroyskra Studenta

21. árgangur

fjølnir

mars 2005

1. blað 2005

GÓÐA SUMMARFRÍTÍÐ! MENTAN Í SMÁTJÓÐUM - GERIÐ LESTRARTÍÐINA TIL BESTU TÍÐINA Í LÍVINUM! - MENTANARTÍÐINDI HJÁ SVF - LÁTUR OG HUGTØKA Í HÁLVA ØLD - TÍ SKAL TURKALAND GERAST LIMUR Í EUROPA-SAMVELDINUM!

M

F

S


Fjølnir

juni 2005

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 KBH V tlf 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr 100,Skrivstovutíðir: Kepmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl 16-18 Århus: Opið týsdag kl 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, tlf 27 74 83 21 Blaðstjórn: Katrin D. Apol (ábyrgd) Sonja J. Jógvansdóttir Petur Martin Hansen Jákup Sverri Kass Nina A. Arge (uppsetan)

Hvat hevði tú gjørt øðrvísi? Puha, tað er altíð nemt at vera eftirklókur…. Men tá tað kemur til viðv. útbúgving eri eg lutfalsliga væl nøgdur við mínar leiðir; eg havi gjøgnum tíðina upplivað og lært ótrúliga nógv ymiskt. Mær dámar sera væl at ferðast í tí juridiska heiminum eins og í flúgvi-heiminum. Hevði kanska gjarna vilja verið komin skjótari í gongd við løgfrøðina og brúkt minni tíð á sjónum. Hevur tú nøkur serstøk ráð at geva øðrum, sum ætla at fylgja í tínum fótasporum? Generelt vil eg bara ráða øllum, ið hava hug til lestur til at koma í hakk og fylgja sínum dreymum, tað er eingin orsøk at bíða tí hettar og hattar….. viljin drívur verkið… … jú skjótari í gongd, jú skjótari liðugur, og tá opnast ein hópur av nýggjum hurðum. Hvørjum leingist tær eftir heima í Føroyum? Nógvum, helst mest eftir familju og vinum.

Øll eru vælkomin í blaðbólkin!!! Prent: MFS í Keypmannahavn Prentað 2005 Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

Hvørjum fert tú ikki at leingjast eftir, um tú aftur fert at búgva í Føroyum? Øllum teimum trupulleikunum, ið eru í tí danska samfelagnum og sum ofta ikki finnast í tí føroyska. Hvat er títt lívsmotto? Sjálvdisiplin og vilji haldi eg eru umráðandi Síðani altíð at byrja við einum smíli, opinleika og vinarligheit. Um tú vart tvungin at flyta út á Lítlu Dímun, hvat hevði tú so tikið við tær? Teldu, internet og fartelefon, og so eigi eg eisini at siga bíbliuna. Áá ja, og so eisini eina orkukeldu J Hvønn spurning vilt tú seta næsta persóninum í »Millum tvær negl«? Hvusssu valdi tú tær tína útbúgvingarleið og títt útbúgvingarstað!

Hvørjum leingist tær ikki eftir heima í Føroyum? Jantelóg, snævurskygni og ofta fyrikomandi óseriøsan føroyskan hugburð, gott samanblandaðan við manglandi samanhaldi ístaðin fyri tað æviga keglið. Øll eru góð til at rópa varskó og hava eina meining, men ongin ornar tingini. Hvørjum fer tær at leingjast eftir, um tú aftur fert at búgva í Føroyum? Bíligum pizza og shawarma matstovum

Øll eru vælkomin at luttaka í nevndararbeiðinum hjá MFS!

fjølnir

juni 2005

juni 2005

fjølnir

23


Millum tvær negl

MENTAN Í SMÁTJÓÐUM Nina A. Arge

Lagt til rættis: Anna Rein

4

GERIÐ LESTRARTÍÐINA TIL BESTU TÍÐINA Í LÍVINUM!

Hvussu eitur tú og hvussu gamal er tú? Janus ( Páll )Rein, 30 ár.

Doris Bjarkhamar

6

Hvaðani ert tú? Eg eri úr Havn. Hvat lesur tú og hvar? Eg lesi løgfrøði á Københavns Universitet.

MENTANARTÍÐINDI HJÁ SVF Petur Martin Hansen

Nær byrjaði tú? Eg byrjaði í september 2003. Hvat gjørdi tú áðrenn tú byrjaði at lesa løgfrøði? Eg havi m.a. verið sjómaður. Arbeiddi sum ungur hjá Vaktar- & Bjargingartænastuni, har eg eisini bleiv útbúgvin vinnukavari. Síðani útbúgvin sum skipsførari í 1997. Arbeiddi so á trolara og hjá Mærsk sum stýrimaður. Síðani útbúgvin flogskipari í 2003, og arbeiði so nú sum pilotur og havi lesturin við síðurnar av. Hvat gert tú í tíni frítíð? Havi sjálvdan tíð til fríðtíðarítriv, men onkur túrur til fitness og út at spæla fótbólt verður tað onkuntíð til. Annars geri eg ikki nakað øðrvísi enn flest øll onnur. Um tú vart í eini teknirøð, hvør hevði tú so verið? Uha, tuff - eitt er hvønn eg gjarna vildi verið samanborin við, og annað er hvønn onnur høvdu sæð meg sum; hevði sikkurt gjarna vilja verið Joakim von And, Zorro ella Robin Hood.

22

fjølnir

JUNI 2005

8

LÁTUR OG HUGTØKA Í HÁLVA ØLD Katrin D. Apol

Hvat hevur tú við í “viðførinum” tá tú flytur heim til Føroya? Klæðir, nógvar bøkur, og so smáting. Og lívsgleðin er umráðandi.

10

TÍ SKAL TURKALAND GERAST LIMUR Í EUROPA-SAMVELDINUM! Jákup Sverri Kass

16

Hvussu sær tín nærmasta framtíð út? Ein lestur, sum mær dámar sera væl og eitt arbeiði, sum mær dámar sera væl. Um tú hevði valt umaftur, hevði tú tikið somu avgerð? Ja

MILLUM TVÆR NEGL Lagt til rættis: Anna Rein

JUNI 2005

fjølnir

22


ODDAGREIN

Mentan í smátjóðum Nina A. Arge

Saksun 2003 At vera føroyingur og at koma frá einum lítlum samfelag, har gamlir siðir liva, enn er nú knappliga “in” í hesum globaliseringstíðum. Eftir langa tíð við undirlutakenslum og ynski um at “herma” eftir teimum “stóru”, so er knappliga vent við. Stóru, framkomnu londini hava samleikakreppu og øvunda okkum okkara siðvenju og mentanarliga uppruna. Í Danmark ynskir mentamálaráðharrin at savna týðandi donsk listaverk saman í mentanarsøvn og útgeva tey til skúlabørn at læra um, hvat ið donsk mentan er. Samstundis verða navnalógirnar broyttar, so at nú ber til, eins og í Íslandi og Føroyum, at kalla seg dóttir ella sonur pápa síns ella mammu sína til eftirnavn. Amerikanar hava í nógv ár leitað sær til Evropu at finna røtur sínar ella fyri at granska í gamlari mentan.

4

fjølnir

JUNI 2005

Kins 2002

Sýria 2005

Ungfólk úr øllum heiminum fjakka út í heimin at finna fjarskotin lond, ið hava ein “originalitet” og “autensitet” og lokala siðvenju. Backpackers paradise man vera Thailand, sum í nógv ár hevur gjørt nógv burturúr turistvinnuni. Býir og oyggjar ýða í fjakkarum og øðrum turistum, og tey lokalu arbeiða innan ferðavinnuna, antin við at hava sína egnu fyritøku ella arbeiða sum tænarar, reingerðarfólk ella, ja, enntá skøkjur. Á mongu vallaraheimunum hanga uppsløg um túrar, man kann fara til okkurt nýtt “óspilt” autentiskt stað, og tey ungu ferðast haðar í vón um at sleppa burtur frá turisthelvitinum. Men tíðindini ganga skjótt, og umráðandi er at leita til hesi óspiltu støðini sum tey fyrstu, tí ikki gongur long tíð, so koma øll hini aftaná, og so byrjar søgan umaftur. Nú er veðurlagið hjá okkum ikki akkurát tað, ið hálar

Barnaansingarmálið

Barnsburðarfarloyvisskipanin

Nú tykist vera ljós fyri framman! MFS hevur í fleiri ár arbeitt fyri at fáa kommunurnar í Føroyum at loyva lesandi útisetum at skriva børn síni upp á bíðilista til ansingarpláss. Nakrar kommunur hava gingið ynskinum á møti, men Tórshavnar kommuna hevur noktað blankt. Tó tykist hugburðurin hesum viðvíkjandi at vera broyttur – kanska tí bíðilistin er at kalla horvin – og Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býrað mælti í apríl býráðnum til at samtykkja broytingar í upptøkureglunum, soleiðis at grein 5 verður soljóðandi: »Fyri at koma á bíðilista skal barnið vera skrásett búgvandi í kommununi, tó kunnu ættleidd børn koma á bíðilista, tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst serstakt barn. Eisini kunnu foreldur, ið hava í hyggju at flyta í Tórshavnar kommunu, skriva seg á bíðilista 6 mánaðir, áðrenn flutt verður í kommununa.« (sí www.torshavn.fo undir »býráðsfundir«) Uppskotið varð samtykt 21. apríl á ár við 11 atkvøðum fyri, einari ímóti og einari blankari atkvøðu. Í skrivandi stund er enn ógreitt, um nýggju reglurnar eru komnar í gildi.

Sum er, eru tey lesandi einasti samfelagsbólkur í Føroyum, sum ikki eigur rætt til barnsburðarfarloyvi. MFS hevur leingi arbeitt fyri at broyta hesar umstøðurnar, og hevur lagt fram eitt konkret uppskot. Fyri uml. einum ári síðani fekk MFS svar upp á fyrispurning frá Mentamálaráðnum um, at ein tílík skipan væntandi fór at verða sett í gildi á heysti 2005. Nú hetta tíðspunkt er farið at nærkast, hava vit aftur forvitnast hjá MMR, men mugu tíverri ásanna, at einki verður broytt á økinum í ár. Í svarinum frá MMR stendur m.a., at fíggjartørvurin til útbúgvingarstuðulsskipanir er nógv vaksin seinnu árini orsakað av størri árgangum og ÚSUN-skipanini. Øll stuðulsskipanin skal tískil endurskoðast, og møguligar tillagingar og broytingar gerast. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í seinasta lagi komandi vár, og kunnu møguligar broytingar leggjast fyri tingið tá, soleiðis at ein nýggj skipan kann fáa gildi frá lestrarársbyrjan 2006/2007, stendur í svarinum frá MMR.

JUNI 2005

fjølnir

21


Ummayadamoskan Veruleikin er, at Europa ikki hevur so nógv at velja ímillum longur. Heimurin broytist, og Europa má broytast við, um Europa ikki skal detta afturúr. Ein av hesum broytingum er, at vit eru noydd til at síggja heimin við nýggjum brillum. Gamlir óvinir gerast vinir - tað sóu vit til dømis, tá ið eystanlondini komu í ES í 2002. Tað sama koma vit helst eisini at síggja við einum turkiskum limaskapi. »Øll ynskja menning, men ongin ynskir broyting«; segði Kirkegaard einaferð. Tað er nakað um tað – ynskja vit, at Europa framhaldandi skal verða á fremstu rók, noyðast vit at geva øðrum møguleika at vera við í menningini. Turkaland er eitt spennandi land, sum á nógvum økjum kann geva Europa ein neyðugan og tiltrongdan iblástur.

Keldulisti: About (2004). Our story 2004. http://cruises.about.com/library/pictures/silversea/ istanbul/blistanbul03.htm Central Intelligence Agency (2004). The World Factbook 2004. http://www.cia.gov/cia/publications/factbook/geos/ tu.html Commission of The European Communities (2004). Regular Report on Turkey´s progress towards accession. http://europa.eu.int/comm/enlargement/report_2004/pdf/ rr_tr_2004_en.pdf Commission of The European Communities (2004). Issues arising from Turkey´s membership perspective. http://europa.eu.int/comm/enlargement/report_2004/pdf/ issues_paper_en.pdf Cronin, David (2004). EU-Turkey talks to get OK next week, but human rights still a massive issue. The European Voice 30. september 2004. Europa-Kommissionen. Nøgletal for de femten EU-lande – 2000 udgave: Kontoret for De Europæiske Officielle Publikationer, Luxemborg. The official website of the Dutch EU presidency. http://www.eu2004.nl/ Rasmussen, Hans K. (2004). Tyrkiets vej til Bruxells: Politikken 21. apríl 2004.

MFS-skrivstovan í Keypmannahavn hevur fingið nýtt andlit, og Jóhan Pauli Helgason úr Vestmanna hevur tikið yvir eftir Jón Henriksen. Jóhan Pauli lesur stjórnmálafrøði á KU og hevur sitið í MFS-ráðnum síðani febr. 2003. Um tú hevur hug at vitja Jóhan Paula á skrivstovuni, ber hetta til miku- og fríggjadagar 16.00-18.00.

20

fjølnir

JUNI 2005

flest ferðafólk til, men tað er onki at ivast í, at mong eru áhugaði í at koma higar fyri at njóta tað, sum nærum ikki sæst aftur longur í globaliseraða partinum av heiminum í dag. Náttúran og mentanin er serstøk, tað eru vit øll samd um. Føroyingar eru so smátt byrjaðir at fáa eyguni upp fyri, at tað at varðveita og stimbra mentanarlívið kann vera ein íløga fyri landið. Atlantic Music Event verður sett upp til æru fyri áhugaðar útlendingar, og vaksandi áhugi er millum ungfólk at fáa sær eina kreativa útbúgving. Nú er hetta at arbeiða við hondunum ella listini, knappliga ein viðurkendur livivegur. G!festivalurin stendur sum ein livandi ímynd av hesum nýggja rákinum. Úlpur, skipstroyggjur, Føroya Bjór, skerpikjøt, vísusangur og føroyskur dansur miksað við techno, sólbrillum, threadlocks, karry-kokos-grýturætti og nú eisini “Europe”(!!???) til eitt heilt serligt tiltak, ið ikki man finna sín maka nakrastaðni í heiminum. Eivør Pálsdóttir roynir (og eydnast) sjálv at vera ein ímynd uppá hetta serliga føroyska og siðbundna, tulkað á ein ungan og modernaðan hátt. Hetta er áhugavert, alt tað, ið hendur innan tónleikalívinum í Føroyum. Ynskiligt hevði verið, at aðrar listagreinar megnaðu ella í minsta lagi høvdu ynski um at fylgja við. Almennur fundur var herfyri í Norðurlandahúsinum við heitinum “hvat er list”. Fýra stuttir fyrilestrar vóru fyrst, síðan alment kjak. Eyðun Johannesen legði fyri við at

staðfesta, at fyri honum vóru tvinnir hættir at tosa út frá heitinum, “hvat er list”. Fyrsti var at tosa um, hvønn leiklut og týdning listin hevði í samfelagnum, og hin seinni var at seta seg sum dómarar yvir fyri hvørjum einstakum listarverki, um tað var nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt “listarverk”. Hann segði seg sjálvan halda (sum eg eri sera samd við honum í), tann fyrra vera nógv meiri áhugaverdan enn tann seinna. Tíanverri endaði kjakið at enda við bert at snúgva seg um hendan seinna. Listarfólk, sum klandrast um, hvat ið er nóg gott til at vera kallað “list”, er ikki nakað nýtt í Føroyum, tvørturímóti heldur ein “never ending story”, sum í roynd og veru ikki er serliga áhugaverd. Nógv áhugaverdari hevði verið at hugsað meiri frameftir, um hvussu vit kundu stimbrað føroyska listaumhvørvið sum heild.

Fitt av fólki var til fundin “hvat er list?” Men mentan er ikki bert fínlistir og kreativitetur. Hon er vanar og siðvenja og sæst aftur allastaðni..... á flakavirkinum, í SMS, á Rúsuni, á kaiini, á G!, Á Ovastevnu eins væl og í Norðurlandahúsinum, í Listaskálanum og á Løgtingsbønum á Òlavsøku.

Pisudagur í Føroyum MFS hevur í nógv ár skipað fyri sonevndum Pisudegi í Føroyum fyrst í august. Ætlanin við tiltakinum er at hjálpa komandi lesandi við ymsum viðkomandi viðurskiftum og at svara teirra spurningum í samband við lestrarbyrjan. Um tú hevur hug at hjálpa til við tiltakinum, kanst tú boða Katrini frá á: katrinap@m4.stud.ku.dk

JUNI 2005

fjølnir

5


Gerið lestrartíðina til bestu tíðina í lívinum! Doris Bjarkhamar

Nýtið lestrartíðina! Besta tíðin í lívinum! Orðini kenna tey flestu, ið eru undir útbúgving, men tey flestu kenna nokk eisini til sjálvrannsakingina og spurningin, nær kemur tann besta tíðin? Sum onkur kanska hevur lagt til merkis, so hevur MFS seinastu tíðina sett fokus á tað, at vera lesandi, og var framløgtiltakið í apríl, har Hallbera West legði fram úr høvuðsuppgávu síni, ein roynd at fáa lesandi at formidla sína vitan, og eydnaðist hetta stak væl. Men tíðin fram í móti, at ein kann stilla seg upp í Føroyahúsinum og framleggja sína servitan, kann tykjast long og til tíðir torfør at koma ígjøgnum. Vit kenna tað øll: Seta okkum niður at lesa, men skal líka kóka kaffi....5 min. So nú er klárt....skal pissa....og nú man fara at rigga......ája, hvat skal eg fara í leygarkvøldið.... uppvaskið hevur staðið í tveir dagar, so nú má eg heldur taka tað.....og umvent tú situr í einum balli og hugsar um hasa uppgávuna, ið skal latast inn um fimm vikur. Besta tíðin? Kanska, men tað kennist ikki (altíð) soleiðis. MFS hevur tí avgjørt at gera okkurt við støðuna, og royna at geva teim lesandi eitt amboð, ið brúkast kann til at gera lestrartíðina betri/lættari - eisini undir lesnaðinum. Lestrarskeið 24. septembur skipar MFS fyri einum lestarskeiði í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A frá -klokkan

Nógv tey flestu fara til Europa via Turkaland. Av tí at Turkaland er eitt tað fyrsta landið, hesi fólk koma til, so hevur tað stóran týdning, at Turkaland hevur eina lóggávu, sum tryggjar, at hesi ólógligu flóttafólk ikki sleppa víðari til restina av Europa. Við at fáa Turkaland sum lim í ES, kann ES vera við til at skipa turkisku lóggávuna á økinum og fáa betri tamarhald á tilflytingini. ES kann sostatt vera við at hjálpa Turkalandi at fíggja og tryggja mørkini, ikki bara hjá turkum, men eisini hjá Europa.

10.00 til 17.00. Skeiðið fevnir um trý høvuðsumráði, ið MFS, saman við Anette Sundby, sum skal standa fyri skeiðnum, metir hava stóran týdning í leiðini fram gjøgnum lestrartíðina.

tryggja búskaparliga vøksturin. Spurningurin er bara, hvar hendan arbeiðsmegin skal koma frá?

Hvussu sær framtíðin út? Kjakið viðvíkjandi turkiskum ES-limaskapi rúmar í dag grundleggjandi øki, so sum mentan, búskap og trúgv. Tað er greitt, at turkiskur ES-limaskapur kemur at fáa stórar avleiðingar fyri Samveldið. Tað kemst ikki uttanum, at ES fer at merkja nógv til, at tað størsta landið í Samveldinum er muslimskt.

Anette Sundby er kend fyri síni lesiskeið og hevur undirvíst uml. 30.000 lesandi í eini roynd at gera lestrartíðina betri. Eitt sum serliga hevur motiverað valið av Anette er, at hon hevur verið í Føroyum og havt nøkur sokallaði »Dronningetaleskeið«, har hon hevur undirvíst og hjálpt føroyskum kvinnum at stilla seg upp og halda eina røðu. Tað eydnaðist henni at fáa allar at stilla seg fram! Hon kennir sostatt føroysk lyndið, og hvørjir trupulleikar kunnu sigast at vera serføroyskir.

Venda vit eygunum ímóti tí arabiska heiminum og Turkalandi, so er støðan tann, at eystanfyri Turkaland liggja onnur fátøk islamisk lond, so sum Pakistan og Afghanistan. Sunnanfyri liggja Libanon og Palestina, og hinumegin Miðalhavið liggja Libya, Algeria og Marokko. Felagsnevnarin fyri hesi lond er, at tey hava ein fólkavøkstur, sum liggur langt omanfyri bæði tann turkiska og tann europeiska. Hesin fólkavøkstur ger, at tað unga ættarliðið ikki sær nakra aðra loysn enn at flýggja frá fátækradøminum – og hvar flýggja tey?

Men veruleikin er tann, at tað koma ikki færri muslimar til Europa í framtíðini. Spurningurin er bara, hvat fyri muslimar Europa vil hava – skulu teir vera turkiskir ella arabiskir muslimar? Við at hjálpa Turkalandi, kann man í ES vera við til at tryggja sær, at tilflytarirnir hava ein ávísan fakligan kunnleika, eina demokratiska bakgrund og eina moderata átrúnaðarliga áskoðan. Hóast teirra mentan ikki líkist tí europeisku stórvegis, so liggur hon nærri enn mentanin hjá teimum meira fjarskotnu muslimsku londunum.

Stilla teg fram og halt upplegg Millum Evroåa og Miðeystur

Lestrarskeið í Føroyahúsinum Leygardagin 24. sept. 2005 skipar MFS fyri lestrarskeiði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Endamálið við skeiðnum er at hjálpa fólki við lestrarteknikki umframt at geva nøkur góð amboð til at halda munnligar framløgur. Øll eru vælkomin at luttaka á skeiðnum. Sí nærri aðra staðni í blaðnum.

6

fjølnir

JUNI 2005

JUNI 2005

fjølnir

197


í Fraklandi vísa, at ca. 70% av fraklendingum eru ímóti turkiskum limaskapi. Í Danmark er Danski Fólkaflokkurin ímóti turkiskum ES-limaskapi. Trupulleikin hjá Turkalandi hesum viðvíkjandi er, at øll limalondini í ES skulu siga gott fyri at eitt nýtt land skal gerast limur. Um alt hetta talar ímóti turkiskum limaskapi – hví verður so talað fyri turkiskum limaskapi yvirhøvur? Turkaland, sum vit kenna tað í dag, bleiv grundlagt av Attaturk í 1923. Landið varð grundað á eina politiska skipan, sum var uppbygd eftir vesturlendskari fyrimynd – ein skipan, sum heldur politikk og trúgv atskilt. Turkaland bleiv sostatt heimsins fyrsta muslimska demokrati. Í 1945 bleiv Turkaland limur í FN, og í 1952 limur í NATO. NATO-limaskapurin hevði stóran týdning undir Kalda krígnum, og limaskapurin hevur enn stóran týding fyri vinarbandið ímillum t.d. USA og Turkaland. USA sær Turkaland sum ein geopolitiskan stabilisator í einum øki, sum ofta er merkt av stríði. Sum avleiðing av turkiska sambandinum við USA, er Turkaland eitt av teimum fáu muslimsku londunum, sum hevur ein umfatandi handil við Ísrael. Amerikumenn síggja heldur enn gjarna, at Turkaland verður limur í ES. Nógv síggja eisini Turkaland sum eina fyrimynd hjá øðrum muslimskum londum. Teir hava megnað at halda politikk og átrúnað atskildan. Hóast landið er fátækt í

okkara eygum, so er tað ríkt í mun til grannarnar. At ES kann verða við til at hjálpa landinum upp á føtur aftur, gevur eisini europeiskum handilsmonnum ein gyltnan møguleika at gera seg galdandi á tí stóra økinum, sum Turkaland er.

Skeiðið er uppbygt soleiðis, at tað vera trý fokusumráði:

Nógvir serfrøðingar meta eisini, at um Europa heldur landið fyri spott og bara sigur seg vilja turkiskan ES-limaskap, so er vandi fyri, at Turkaland fer at førka seg burtur frá teimum vesturlendsku virðunum, og tí vesturlendsku uppfatanini av demokratinum. Búskaparligi vøksturin fer at minka, og vandi er fyri, at tann islamistiska bylgjan fær fatur á turkiska fólkinum. Serfrøðingar meta, at bylgjan kann fyribyrgjast við búskaparligum vøkstri, og størri europeiskari ávirkan.

Skeiðið vendir sær til øll, ið eru undir lesnaði, og undirritaða hevur sjálv luttikið á einum skeiði við Anette á 2. semestri. Skeiðið er tó viðkomandi fyri lesandi á øllum stigum í lestrartíðini. Eg vil mæla øllum at luttaka á skeiðnum. Anette dugir sera væl at fáa teg at seta orð á nøkur ting, ið eru við til at gera gerandisdagin í lestrartíðini truplan, og hon kann geva tær nøkur simpul amboð, ið kunnu nýtast til at burturbeina nøkur av teimum. Hennara persónligi profilur var eisini við til at gera skeiðið

Turkiskur ES-limaskapur kundi verið eitt gott dømi uppá, at muslimar og kristin gott kunnu liva saman í friði. Hvør veit, um hetta óvanliga møtið ímillum kristindóm og islam ikki fer at styrkja tann eurpoeiska samleikan, soleiðis at europearar gerast meira bevístir um egna mentan og søgu? Europa manglar arbeiðsmegi Tað lága europeiska burðartalið er ein stórur trupulleiki fyri Europa. Europa, sum fyrr var undangonguheimsparturin, er komið í trupulleikar av, at íbúgvarnir fáa ov fá børn og harvið gerast eldri og eldri. Trupulleikin ger, at Europa noyðist at líta á tilflyting til tess at tryggja, at nóg nógvar hendur verða til at manna tey arbeiðspláss, sum skulu

1) Trupulleikin við at vera lesandi. 2) Stilla teg fram og halt upplegg. 3) Gerið lestrartíðina til bestu tíðina í lívinum.

Tilmelding fer fram á skrivstovuni í Keypmannahavn í upplatingartíðini miku- og fríggjadag 16.00-18.00 tlf. 33 25 02 10 ella á mfs@mfs.fo. Goldið verður við tilmelding – antin kontant á skrivstovuni ella á konto nummar 9570 000 215 4560. Minst til at viðmerkja fult navn.

stuttligt og óformelt. Hon kann ikki hjálpa tær reint fakliga, men ofta er tað ikki fakligheit, ið bilar, men heldur smáting í gerandisdegnum, ið forða fyri, at tú kanst gera brúk av tínum fakliga profili, og tað er júst hetta, hon kann hjálpa tær við. Nevnast skal eisini, at tað finst ongin metoda, ið kann hjálpa øllum, tí í síðsta enda er tað upp til hvønn einstakan at skapa sína egnu bestu tíð av lívinum!

Tíverri er eitt slíkt tiltak ikki heilt bíligt, og tískil hevur MFS avgjørt, at limir felagsins skulu gjalda 50 kr. og onnur gjalda 175 kr. Tú kanst eisini fáa tvær flugur við eitt smekk við at melda teg sum lim, so tú fært limaskap og skeið fyri 200 kr!!!!!

Minst til: MFS limir fáa bæði internetdimmu og internet-sosialin fyri 1/2 prís, bert við at venda sær til MFS

18

fjølnir

JUNI 2005

NOV. 2005 2004 JUNI

fjølnir

7


Mentanartíðindi hjá SVF Petur Martin Hansen

Í hesi grein er ætlanin at koma við einari meting av Mentanartíðindunum hjá SVF, sum eg havi fylgt í eitt hálvt ár. Mentanartíðindini vísa okkum hyggjarum eitt breitt úrval av tí mentan, sum er í Føroyum, og tað hevur verið áhugavert at síggja tað áræði og arbeiðsemi, sum er í mentanarlívinum. At eg yvirhøvur havi kunnað fylgt Mentanartíðindunum her á flatlondum, kemst av, at sendingin verður løgd út á internetið, og tað gevur okkum føroyingum, sum ikki eru staddir í Føroyum, enn betri møguleikar at fylga við í, hvat rørist í Føroyum. Skiftandi bakgrund Fyrst av øllum so hava fólkini í SVF stórt rós uppborið fyri at fáa Mentanartíðindini til eina góða sending. Tað, sum virkar serliga væl við mentanartíðindunum er, at sendingin er fjølbroytt, tvs. at sera ymisk evni verða tikin við í sendingina.

Tað, at Mentanartíðindini ikki verða send úr einari sjónvarpsstovu, men verða send frá einum av teimum støðunum, sum verða umrødd í sendingini, gevur Mentanartíðindunum ein lættleika og stórt fjølbroytni. Hinvegin so eru ikki allar bakgrundir, sum eru eins vakrar, t.d. vóru bókreolirnar á Býarbókasavninum ikki serliga vakrar at síggja uppá. Sniðið á sjálvari sjónvarpssendingini er eftir mínari hugsan av stórum týdningi, ikki minst tá sendingin skal umrøða mentan. Sniðið á Mentanartíðindi er sum so eisini á góðari leið, men tað kundi verið gjørt enn betri. T.d. kundi sendingin fingið eitt sindur av flottum grafikki inn í sjálva sendingina og ikki bara í byrjanuna. Ein góð fyrimynd kundi verið fyrrverandi mentanarsendingin hjá DR2 »Viva«, sum hevði ein sera flotta uppseting og grafikk. Innihald Tað, sum mentanartíðindini í fleiri førum hava klárað væl, er at finna skapandi fólk í Føroyum og lýsa teirra arbeiði upp á ein góðan hátt, soleiðis at tað verður upplýsandi og áhugavert. Ætli her líka at koma við tveimum dømum. Tað fyrsta innslagið var, tá sendingin lýsti samarbeiðið í millum tveir kvinnuligar sniðgevarar í Føroyum. Onnur arbeiðir á Tvøroyri og hin í Tórshavn, og í sendingini sá man, hvussu tær brenna fyri teirra yrki. Eitt annað innslag var, tá sendingin lýsti nýggja stjóran á Leikpalli Føroya og hennara sjónleikaralív og royndir. Slík innsløg opna eygu okkara fyri heimum, sum vit annars ikki hava sæð.

Lestrarstevna Hóskvøldið 21. juli skipar MFS fyri lestrarstevnu í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Evnið hesu ferð verður »Lesandi – eitt ótroytt tilfeingi«, og er endamálið við tiltakinum at vísa á, hvussu tey lesandi í størri mun kunnu samstarva við bæði tað almenna og privatu vinnuna til gagns fyri báðar partar. Øll áhugaði eru vælkomin at hjálpa til á fyrireikingararbeiðinum.

Turkalandi langt frá livir upp til tey krøv, sum ein vanligur ES-borgari hevur rætt til. Tað verður mett, at herurin hevur ov stórt vald, og at tað er ein trupulleiki, at teir moderatu islamistarnir hava meirilutan í turkiska ríkisdegnum. Landið hevur eisini stórar trupulleikar viðvíkjandi menniskjarættindum hjá minnilutum – bæði hjá kurdum og átrúnaðarligum minnilutum. Har eru prógv fyri, at bæði løgregla og herurin fremja skipaðan yvirgang handan rimarnar, og at mynduleikarnir leggja órímiligar forðingar fyri átrúnarligu minnilutunum. Landið er fátækt og fíggjarliga støðan óstøðug. Hetta hevur við sær, at tað kann gerast dýrt fyri tey núverandi ES-londini at fáa Turkaland upp á eitt rímiligt støði - eitt støði, sum hini ES-londini kunnu liva við, um so er, at tey í gjøgnum samhandil skulu fáa fyrimunir av, at Turkaland gerst limur í Samveldinum. Í dag búgva uml. 70 milliónir fólk í Turkalandi. Í Týsklandi, sum er størsta land í ES, búgva góðar 82 milliónir. Turkar fáa fleiri børn enn týskarar og evropearar annars. Burðartalið í ES liggur á umleið 1.45 barn pr. kvinnu, í meðan burðartalið hjá turkiskum kvinnum í meðal er 2,7 barn pr. kvinnu. Úrslitið av hesum verður, at í ár 2015 verða eins nógvir turkar og týskarar. Eftir 2015 verður Turkaland størsta land í ES. Hetta kann hava við sær, at Turkaland fer at spæla ein sera stóran leiklut á tí evropeiska leikpallinum framyvir.

Síðan kemur tað, sum nógv meina er størsta forðing fyri, at Turkaland nakrantíð verður fullur limur í ES. Umleið 98% av øllum turkum eru muslimar. Fráfarandi ES-kommisserurin Frits Bolkenstein sigur enntá soleiðis, at um Turkaland verður limur í ES, so var sigurin á muslimunum uttanfyri Wien í 1683 til fánýtis. Árið 1683 var nevnliga árið, har tað, sum var eftir av kristna Europa, steðgaði sigursvandu turkisku (osmanisku) herliðunum. Sigurin uttanfyri Wien bleiv byrjanin til endan á turkiskum harradømi á europeiskum meginlandi. Har er ongin ivi um, at tað er ein ávísur skilnaður ímillum okkara (kristnu) mentan og teirra muslimsku mentan. Hesin skilnaður er ikki eins týðiligur í teim turkisku stórbýunum og feriuøkjunum, sum hann er í teim meiri fjarðskotnu økjunum í landinum. Fleiri lond í ES rúma nógvum turkiskum tilflytarum. Lond sum Týskland, Eysturríki, Frakland, Holland og eisini Danmark hava turkiskar minnilutar, sum í veruleikanum eru rættiliga stórir. Eitt nú hevur konservativa andstøðan í Týsklandi sagt, at teir fara at arbeiða ímóti turkiskum limaskapi, koma teir til valdið eftir næsta ríkisdagsval. Hetta siga teir, sjálvt um tann sosialdemokratiski kanslarin, Gerhard Schrøder, í 2003 lovaði turkiska primierministaranum Recep Tayyip Erdogan, at Týskland fór at arbeiða fyri turkiskum limaskapi. Forsetin í Fraklandi, Jacques Chirac, hevur sagt, at hann fer at leggja málið um turkiskan ESlimaskap út til fólkaatkvøðu. Meiningakanningar

MFS søkir blaðstjóra til Fjølnir. Arbeiðið inniber at savna saman tilfar til blaðið. Løn sambært avtalu. Ring, skriva ella hygg forbí, so fært tú nærri at vita! Vit gleða okkum at hoyra frá tær! MFS

8

fjølnir

JUNI 2005

JUNI 2005

fjølnir

17


Tí skal Turkaland gerast limur í Europa Samveldinum! Jákup Sverri Kass

Keypmannahavnarkrøvini vóru uppfylt. Á toppfundinum í Keypmannahavn í 2002 bleiv síðani avtalað, at Turkaland skuldi fáa tey endaligu boðini á toppfundinum í Hollandi 17. desembur 2004. Tey endaligu boðini vóru, at Turkaland kann gerast kanditatur til ES-limaskap.

Istanbul Á ES-toppfundin 17. desembur 2004, avgjørdu ES-limalondini at góðkenna Turkaland sum “kandidatland” til ES-limaskap. Fyri at gerast kandidatland, so skulu lond, sum umhugsa at gerast limur í ES, liva upp til “Keypmannahavnarkrøvi ni”. Í stuttum fevna Keypmannahavnarkrøvuni um nøkur politisk krøv so sum demokrati, menniskjarættindi og umfevnadi tillagingar á løgfrøðiliga økinum. Síðan 1963 hevur Turkaland verið ein tættur samstarvsfelagi hjá ES, men tað var í veruleikanum ikki fyrr enn á ES-toppfundinum í Helsinki í 1999, at Turkaland kom eitt veruligt fet nærmari at gerast fullur limur í ES. Á toppfundinum í Helsinki lovaði ESráðið,at upptøkusamráðingar kundu byrja, tá ið

Nógv ímynda sær, at tað er talan um turkiskan ESlimaskap her og nú, men so skjótt gongur tað ikki. Koma ES-londini ásamt um at byrja upptøkusamráðingar við Turkaland, so koma samráðingarnar í minsta lagi til at taka 10 ár. Og um so er, at samráðingarnar enda í 2015, so skal tillagingartíðin fáast upp á pláss. Tillagingartíðin plagar at fevna um fyrivarni viðvíkjandi teimum fýra frælsunum. Tey fýra frælsini umfata allar limir í ES og ganga í stuttum út upp á sum fylgir - frítt at fara á arbeiðsmarknaðarøkinum, ongar forðingar á peningarenslinum og á tænastuøkinum, umframt at ongin tollur er londini ímillum. Serfrøðingar meta, at ein slík tillaging kemur at taka í minsta lagi 5-10 ár. Tvs. at Turkaland, alt annað líka, ikki verður fullur limur í ES fyrrenn ár 2020-2025. Hvat er tað so, sum talar fyri og ímóti turkiskum limaskapi? Tað er ongin loyna, at mótstøðan ímóti turkiskum limaskapi er stór. Grundgevingarnar ímóti turkiskum limaskapi eru somuleiðis nógvar. Eg vil tó nevna nakrar fáar. Tað verður mangan ført fram, at politiska støðan í

Skjóta við spreiðhøgl Eitt annað, sum fólkini á Mentanartíðindinum hava dugað væl, er, at tey hava eina breiða umboðan av tí mentan, sum er í Føroyum, soleiðis at tú í somu sending kann fáa sera ymisk mentanarinnsløg, og í flestu førum eru innsløgini long og nágreinilig. Men onkuntíð fær man varhugan av, at sendingin ikki klárar at halda góðskuni nøkunlunda støðuga, tí hevði tað kanska verið ein møguleiki antin at stytt sendingina ella at hækkað um góðskuna. Grenjandi trøll Eitt afturvendandi innslag í trimum fylgjandi sendingum var ein sjónleikur um tvær grýlur, sum gekk í Sjónleikahúsinum í Havn. Sjónleikurin sá út til at vera eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tað fyrsta innslagið var um sjálvan sjónleikin, næsta innslagið var eitt ummæli av sjónleikinum og triðja innslagið var ein samrøða við annan av sjónleikarunum, har tað var grenjað um, at ov fá fólk høvdu verið og hugt at sjónleikinum. Sjónleikurin hevði annars fingið góða reklamu í tveimum teimum undanfarnu Mentanarsendingunum. Trupulleikin var kanska, at sendingin hevði stygt fólk frá at hyggja at sjónleikinum. Tað gjørdi hon í øllum førum í mínum føri.

verið einsamallir um at gera av, hvussu lagnan hjá teimum ymsu bólkunum skuldi verða, og tað hevur havt við sær nógvan kritikk av dómarunum. Mentanartíðindini hava dugað væl at lýst tær ymisku meiningarnar - kritikarar ímóti dómarum. Áhugavert var at hoyra kjakið í millum tey, sum hildu seg til tann politiskt rætta rokkin, og tey sum hildu seg til tann ikki so politiskt rætta poppin. Tað bleiv tó eitt sindur láturligt til endans at síggja hetta afturvendandi kjakið um, hvør tónleikur var góður, og hvør var vánaligur. Besta viðmerkingin kom úr Margarinfabrikkini, har ein .segði, at ikki var møguligt at døma tónleik Til endans Vónandi heldur Mentanartíðindi áfram eftir summarfrítíðina. Tað av stórum týdningi, at føroyska samfelagið hevur slík rúm, sum Mentanartíðindi, har møguleiki er fyri fjølbroytni og fyri at fara í dýpdina við viðgerðini av ymsu evnunum.

Prix Føroyar Aftur í ár hevur Prix Føroyar verið, og Mentanartíðindini hava í fleiri sendingum fylgt gongdini í prixinum. Serligt við hesum prixinum hevur verið, at dómararnir hava

Eir í Ólavsstovu leggur MT til rættis

16

fjølnir

JUNI 2005

JUNI 2005

fjølnir

9


Látur og hugtøka í hálva øld Katrin D. Apol

Ofta verða mongu amerikansku skemtirøðirnar sæddar sum ífylla av sendifladuni, og harvið at kalla óseriøst sjónvarp. Sannleikin er tó, at skemtirøðin sum sjangra hevur megnað at yvirliva heilt frá tí at sjónvarpið trein inn í amerikansku heimini fyri meira enn hálvari øld síðani, og er sjangran tí væl og virðiliga komin út úr barnaárunum. Í dag er eisini talan um eina “vaksna” sjangru við væl etableraðum háttaløgum og bygnaði. Dósalátur ella kommercielt amerikanskt sjónvarp – soleiðis kann vera freistandi at lýsa skemtirøðina, ella situation comedy-røðina, sum sjangru. Í øllum førum verður ofta sagt, at eins og reklama bert er til fyri at selja eina vøru, so eru skemtirøðirnar bert til orsakað av reklamunum. Stuttu røðirnar gera tað nevniliga ideelt at senda reklamur, tí so er ikki neyðugt við sonevndum reklamustøðgum mitt í eini sending. Tó so, tað er í øllum førum ein veruleiki, at sjangran hevur megnað at undirhalda og halda fast í hyggjarafjøldini framman fyri sjónvarpsskíggjanum í meira enn hálva øld. Ein amerikanskur sjónvarpsgranskari, Lawrence E. Mintz, helt eina ferð fyri, at um sjónvarp var best umtókta listagreinin, so mugu skemtirøðirnar vera best umtókta sjangran og harvið heimsins best umtókta listagrein í nútíðarsamfelagnum. Her skal verða hugt eitt sindur nærri at hesi sjangruni, ið vanliga verður mett amerikonsk par excellence. Hvussu megna skemtirøðirnar hvønn dag ella hvørja viku at fáa hyggjararnar at seta seg framman fyri skíggjanum at

10

fjølnir

JUNI 2005

Bart Simpson fylgja lagnunum hjá leiklutunum í røðunum og flenna saman við og kanska serliga at teimum? Ein sjangra verður til Av tí at sjangran upprunaliga er amerikonsk og flestu røðirnar framvegis koma haðani, er søgan hjá skemtirøðini, í stóran mun, eisini søgan hjá USA. USA kom út úr 2. heimsbardaga sum tann heilt stóri vinnarin og stóð sum heimsins avgjørt fremsta heimsveldi fíggjarliga sæð. Fíggjarliga vælferðin vísti seg m.a. við eini uppsparing, sum kundi verða umsett til nýtslu. Ein »dilla«, sum var uppi í tíðina, var nýggi miðilin, sjónvarpið, og øll vildu fylgja rákinum og ognaðu sær sjónvarp, og í 1956 høvdu heili 70% av øllum

Í 1990-árunum varð hildið fram við at flyta seg burtur frá at lýsa kjarnufamiljuna. Vaksandi hagtølini viðvíkjandi hjúnaskilnaði vórðu ikki longur duld sum mannsmorð, og singlementan gjørdist nýggi tendensurin í sjangruni. Einstaklingar og vinarbólkar komu nógv meira undir sjóneykuna í staðin fyri romantiseraðu myndina av kjarnufamiljuni . Skemtirøðir sum »Frasier« (1993), »Spin city«, »Friends« (1994), og »Seinfeld« eru prógv um nýggja tendensin. Veruleikin rakk brádliga aftur fram at væl umtóktu sjangruni, sum skemtirøðirnar altíð hava verið, og vísti hetta seg aftur í, at evni, sum áður høvdu verið bannað í skemtirøðunum gjørdust partur av myndini. Eitt nú sást, at fleiri røðir vórðu bygdar upp rundan um samkyndar høvuðspersónar, t.d. røðirnar »Ellen« (1994) og »Will and Grace« (1998). Felags fyri allar hesar nevndu skemtirøðirnar er, at høvuðspersónarnir allir hava ilt við á fóta sær á kærleiksøkinum, og »parforholdið« tykist vera ein utopiskur dreymur hjá teim øllum. Í staðin er dating eitt element, sum er farið at fylla lutfalsliga nógv, meðan barnauppaling er fallin meira í bakgrundina. Sum nakað nýtt sást eisini í 1990-árunum, at farið varð meira og meira burtur frá sykliska bygnaðinum, skilt á tann hátt, at ávísar søgur hildu fram yvir fleiri partar av eini røð. T.d. kundu tveir av høvuðspersónunum finna saman sum par í einum parti og framvegis vera par í komandi pørtum. Sjálvt um skemtirøðirrnar á henda hátt gjørdust framhaldssøgur, so er sykliski bygnaðurin framvegis normurin við tað, at persónarnir einki læra av egnum mistøkum og vent varður aftur til status quo. Ein størri sjálvskensla Enn kann vera torført at meta um, hvør dominerandi tendensurin fer at verða í skemtirøðunum í hesum áratíggjunum. Í øllum førum er tað ein sannroynd, at í dag hevur skemtirøðin sum sjangra nógv størri sjálvskenslu,

og sæst hetta t.d. aftur í teirri animeraðu skemtirøðini »South Park«, har eitt afturvendandi element er, at ein av høvuðspersónunum, Kenny, oftast á merkisverdan hátt doyr. At hann so er á lívi aftur í næsta parti, er bert eitt prógv um áður umrøddu ringrásina viðvíkjandi uppbygnaðinum. Í einum parti hendir tó tað løgna, at Kenny framvegis er á lívi, tá parturin endar, og hyggjarin situr eftir við eini løgnari kenslu av, at alt ikki er, sum tað skal. Í epiloginum á nevnda partinum vísir ein av persónunum í røðini á, at Kenny enn livir, og beinan vegin kemur ein býfluga og ger av við Kenny við at stinga hann. Á henda hátt kann parturin enda í øllum góðum. Hetta vísir, hvussu leiklutirnir í røðunum eins og hyggjarin kenna til endurtøkumerkta bygnaðin, og at ein av leiklutunum kann stíga út úr á røðini og gera eina viðmerking um sermerkini hjá sjangruni. Skemtirøðin hevur sum sjangra soleiðis latið seg ávirka av og samstundis verið ein endurspegling av samtíðini. Innihaldið hevur kanska ikki altíð svarað til rákið í samfelagnum, men hátturin at royna at fjala út yvir veruleikan er kanska nakað, sum bæði í 1960-árunum og serliga í 1980-árunum sigur rættiliga nógv um samtíðina. Uttan mun til at skemtirøðin við tíðini hevur víst innihaldsligar broytingar og í ávísan mun latið seg lita av samtíðini, so hevur sjangran varðveitt somu grundarsteinarnar, sum slóðbrótararnir grundløgdu fyri meira enn hálvari øld síðani. Hetta er helst eisini loyndarmálið handan metstóru vælgongdina. Hvønn dag ella hvørja viku gleðir hyggjarin seg til at vitja væl kenda universið saman við vinunum úr skemtirøðini, sum í gjøgnum stereotypisku framsetingina gevur hyggjaranum eina kenslu av at kenna seg aftur – bæði tað góða og tað minni góða. Tú kennir teg heima í universinum hjá skemtirøðunum – kennir, at tú ert partur av øllum, sum har fer fram.

JUNI 2005

fjølnir

15


er tað, at trupulleikarnir uppstanda. Ein annar møguleiki er, at trupulleikarnir nevniliga koma inn í etableraða heimið og órógva vanliga samljóðið, t.d. tá gestir koma á vitjan. Status quo verður oftast endurvunnið á sofuni móti endanum á einstøku pørtunum í skemtirøðunum. Ein nýggjari tendensur er tó, at farið verður alt meira burtur frá at lýsa kjarnufamiljuna og heimið sum óumstrídda miðdeplinum. Samfelagsmyndin í dag vísir eisini, at kjarnufamiljan í stóran mun er ein illusjón við høgu hjúnaskilnaðartølunum sum fremstu grundgevingini. Familjan stendur tí ikki longur sum ein óvikalig trygd fyri netverkið hjá tí einstaka. Tí eru eitt nú arbeiðspláss og vinarbólkar vorðin alt meira vanlig at nýta sum útgangsstøði og sosialir savningsdeplar í skemtirøðunum. Fastar rammur, men breitt innihald Sjangran fevnir rættiliga víða, tá talan er um evni, men er samstundis tengd at einum føstum rammubygnaði á formligu síðuni, sum longu var staðfestur frá byrjan. Í dag eru tað stórt sæð somu rammur og bygnaður, sum verða nýtt í nútíðar skemtirøðunum. Ófrávíkiligi og vælkendi bólkurin av afturvendandi persónunum skapa saman við fasta scenutopos´inum ein samleika hjá hyggjaranum, sum ger, at tað ber til at lýsa nýggjar støður í hvørjum parti. At allar umstøður eru so væl kendar ger, at hyggjarin altíð kennir seg aftur og klárar at savna allar træðrirnar. Sjálvt um grundarsteinarnir hava verið óvikaligir øll árini, so hevur tíðarinnar tonn tó megnað at lita sjangruna við árunum. Søgunnar litbrigdi Eftir at sjangran veruliga hevði sligið sína støðu fasta fyrst í 1950-árunum stóð menningin so at siga í stað heilt upp í 1970-árini. Sjálvt um USA upplivdi politiskan turbulens í

14

fjølnir

JUNI 2005

samfelagnum, kanska serliga í 1960-árunum, so vóru tað gerandistrupulleikarnir hjá kjarnufamiljuni, sum vóru drignir fram í skemtirøðunum. Eisini sóu nógvar monsturrøðir dagsins ljós, og vístu harvið, hvussu rákið eins og flýddi frá veruleikanum. Í 1970-árunum vóru nógvar politiskar og fíggjarligar kreppur tó orsøk til eina umlegging í stíli, og skemtirøðirnar førkaðu seg, og valdu eina meira veruleikakenda kós. Evni, sum higartil høvdu verið tabu, vórðu tikin upp og viðgjørd. T.d. fosturtøka og samkynd. Tískil varð tosað um eitt slag av nýbylgju í 1970-árunum, men henda misti styrkina í 1980-árunum, tá Ronald Reagan, yuppiementanin og konservatisman vóru í »velmaktini«. Vent varð aftur til ljósareyðu ímyndina um amerikansku kjarnufamiljuna, og ein heldur veruleikafjar mynd varð teknað av samtíðini. Her slepst ikki uttan um at nevna »The Cosby Show« (1984) sum eitt tað týðiligasta dømið. Í móti endanum á 1980-árunum fór ein stór broyting fram, tá skemtirøðir sum »Roseanne«(1988) og tann ultrasatiriska »Married…with Children« (1987) vórðu settar á skránna. Fyrst nevnda við einum øðrvísi veruleikakendari lýsing av eini arbeiðarafamilju, og tann seinna við eini parodi av sjálvari sjangruni.

amerikumonnum fingið hendur á einum sjónvarpi. Fyrra helvt av 1950-árunum er eisini seinni rópt »The Golden Age« innan sjónvarp í USA. Sjónvarpið kann sigast at standa í skuld til útvarpið, tí tær royndirnr, ið gjørdar høvdu verið á útvarpsøkinum, vórðu snøgt sagt fluttar yvir á sjónvarpsmiðilin. Hetta ger seg galdandi bæði viðvíkjandi skipan og uppbygnaði, men eisini innihaldsliga varð arbeitt við somu sendingum so sum tíðindum, frásagnum, spurnarkappingum o.ø. Undirhaldssendingar, skipaðar sum hoyrispøl, høvdu eydnast væl í útvarpinum, og tað vísti seg, at soleiðis skuldi eisini verða í sjónvarpinum, har tær í visuellum skapi gjørdust minst líka væl umtóktar. Eitt skap, sum hevur víst seg at halda í øll tey gott 50 árini, sum skemtirøðin hevur livað sum sjangra í sjónvarpshøpi. Ein endaleys ringrás Sum orðið, situation comedy, avdúkar, so er sjangran arvtakari eftir søguligu, sjónleikasjangruna, komediuna. Tó kann sigast, at skemtirøðin fullkomiliga setir seg upp í móti skapi og hugsan á vanliga komiska »plottinum«, men tó hava báðar sjangrur tað til felags, at tær megna at savna fólkið. Grundleggjandi byggisteinurin er í báðum førum tað sosiala aspektið, og báðar hava ein fólksligt yvirbrá, sum ger tær populerar og samstundis atkomuligar fyri einum breiðum hyggjaraskara. Ein stórur munur liggur tó í, at skemtirøðin ikki á nakran hátt er ein menningarsøga. Komedian og aðrir klassiskir frásøguhættir fylgja vanliga eini linjurættari søgugongd, har hetjan mennist við at vinna á ymsum

vandum og forðingum. Skemtirøðin setir seg upp í móti hesi gongdini við sínum sykliska bygnaði. Sjálvt um høvuðspersónarnir koma út fyri nýggjum hendingum í hvørjum parti, so venda teir altíð aftur til útgangsstøðuna. Uppbygnaðurin er sostatt hin sami sum í ævintýrunum við kosmos�kaos�kosmos, tó við tí stóra muni, at í ævintýrinum er ein íbygdur moralur og uppalandi leiklutur, har hetjan lærir av mistøkum sínum. Hetta sæst ikki í skemtirøðunum, tí sjálvt um ein persónur í skemtirøðini væl dugir at síggja egin mistøk, so lærir viðkomandi einki av støðuni, og kann tískil endurtaka sama mistak ferð aftan á ferð. Hetta sæst m.a. í teknaðu skemtirøðini, “The Simpsons”(1989-), har drongurin Bart hevur stuttleika burtur úr at ringja til vertshúsið, “Moe´s Tavern”, har pápin, Homer, plagar at halda til. Bart fær barrvørðin

Frasier

Friends

JUNI 2005

fjølnir

11


at rópa ymiskt ónærisligt hart út í hølini, har øll flenna eftir býtta barrvørðinum, sum ongantíð tykist læra av hendingunum, sum endurtaka seg alla tíðina. Í móti endanum á hvørjum parti í eini skemtirøð verður vent aftur til útgangsstøðuna, tvs. aftur til status quo. Trupulleikarnir eru loystir, um enn longu lukkuliga gloymdir, og vit fáa ein “happy end”. Tað er eins og í Sysophus-mýtuni, har steinurin aftur og aftur verður skumpaður niðan á toppin á fjallinum, men hvørja ferð rullar oman aftur. Tann empiriska læruprosessin er sostatt uttan týdning. Hesin fasti, formligi og sirkuleri uppbygnaðurin kann sigast at stava frá skipanini sum ein røð - nakað serielt. Tað, at tú kennir teg aftur í hvørjum parti, loyvir næstan teimum somu hendingunum at endurtaka seg fleiri ferðir. Tó er av stórum týdningi, at vent verður aftur til útgangsstøðið, tá ein partur í eini røð endar. Á henda hátt ber til at byrja av nýggjum aftur á sama væl kenda stað í komandi parti.Gleðin við at kenna seg aftur Nevndi fasti uppbygnaðurin hevur stórt sæð verðið frymilin, síðan sjangran varð grundløgd fyri umleið hálvari øld síðani. Tann næstan rituelli bygnaðurin er eisini ein av orsøkunum til vælgongdina hjá sjangruni. Gleðin við at kenna seg aftur, tað væl kenda – tað er í veruleikanum tað, sum bindur hyggjararnar. Endurtøkumynstrið má ikki vikast, men tolir tó ávísar tillagingar innan fyri rammurnar. Ein partur av hesum rammubygnaðinum er afturvendandi sosiala umhvørvið. Persónsgallaríið liggur fast, og vit fylgja antin eini familju, einum

vinarbólki ella starvsfeløgum í gerandisdegnum. Hetta er alt persónar og sambond, ið flest øll kenna aftur og kunnu identifisera seg við. Innanhýsis sambondini millum ymsu leiklutirnar eru rættiliga støðug, og øll hava sín leiklut í hierarkinum í avbyrgda sosiala umhvørvinum. Ein stórur partur av atdráttinum hvílir eisini í persónslýsingunum, har talan í stóran mun er um »stereotypur.« Vit kenna øll ymsu typurnar, sum ofta hava lyndi til at nærkast tí ekstremt stereotypiska. Hetta sást aftur í teimum fyrstu skemtirøðunum í USA, sum í flestu førum snúðu seg um kjarnufamiljur við siðbundnum virðum. Familjan var samansett av einum pápa, sum arbeiddi úti, eini heimagangandi mammu, eini raskari dóttir, sum aktaði væl og einum meira villum soni. Trupulleikarnir vórðu loystir í felag, tó oftast við pápanum á odda. Heitið á einum av gomlu skemtirøðunum lýsir hetta rættiliga væl í sær sjálvum: »Father knows best« (1954). Eitt heiti, sum í dag hevði fingið hvørja kvinnurørslu upp á kók. Hetta konseptið við smáum broytingum hevur verið ein afturvendandi tendensur líka síðani byrjanina, og tað stereotypiska hevur rættiliga vundið upp á seg. Eitt rættiliga gott dømi um hetta, er røðin »Cheers« (1982-93), ella »Barrin hjá Sam«, sum er føroyska heitið á sendingini. »Cheers« leggur serliga stóran dent á ymsu typurnar. Vit hitta stórsjarmørin Sam, tann minni gávaða bóndadreingin Woody, akademikaranum Frasier, Carlu við teim 8 børnunum, tann ov tunga Norm, keðiliga Cliff, perfektionistin Lilith, fittu og góðtrúgvnu Diane osfr. Saman skapar hesin ólíki flokkurin ein felagsskap, har trupulleikar serliga uppstanda út frá ymiskleikunum hjá leiklutunum.

situr tú sum hyggjari og vónar at hitta hana. Tað eydnast tó ongantíð, tí tað er júst hennara gimmick í røðini, at hon nevniliga ikki er til staðar ella ósjónlig á ein hátt. Ein nýggjur hyggjari dugir ikki at síggja tað stuttliga í, at Maris t.d. noyðist at geva avboð til ein stóran føðingardag í familjuni. Bert etableraði hyggjarin veit, at Maris ongantíð vísir seg á skíggjanum, og kann hetta síggjast sum ein joke í sær sjálvum.

Barrin hjá Sam Í eini skemtirøð fær hyggjarin møguleika fyri at koma alt nærri at ymsu leiklutunum, sum í hvørjum parti gerast alt meira littónaðir, uttan nakrantíð at smoyggja stereotypiska hamin av sær. Leiklutirnir verða meira »rundir«, og uttan mun til hvørji mál teir hava, so gerst tú sum hyggjari við tíðini góður við ymsu leiklutirnar. Tað, at tú altíð kennir teg aftur, kann hava við sær eina familjukenda kenslu hjá etableraðu hyggjarunum, sum ein nýggjur hyggjari als ikki skilir ella kennir. Í skemtirøðini Frasier (1993) verður ein kvinna við navninum Maris ofta nevnd. Hon er gift við einum av høvuðsleiklutunum, Niles, og tí kundi hugsast, at hon eisini var ein náttúrligur partur av skemtirøðini, men so er ikki! Maris hevur ongantíð verið at sæð á skíggjanum, og ferð eftir ferð

Í trygga reiðrinum Eitt annað afturvendandi element er tær scenurnar, har alt fer fram. Oftast eru eini 2-4 obligatorisk »rúm«, har leikararnir uppihalda sær. Ein einføld uppseting ger tað lættari at kenna seg aftur í umhvørvinum og harvið lættir tað um identifikatiónina. Á henda hátt ber til hjá hyggjaranum at halda fokus á leiklutunum heldur enn alla tíðina at verða noyddur at kunna seg við skiftandi umhvørvið. Mest brúkta scenan er uttan iva heimið, ella rættari stovan í heiminum við sofuni sum fremsta savningsdepli. Her hittast familjan ella vinirnir at tosa um dagin, ið er farin, trupulleikar o.a. Tú sært eisini, at scenurnar í ymsum skemtirøðum eru næstan fullkomiliga eins við sofuni sum miðdepil og nakrar hurðar, ið mest sum bert eru symbolskar fyri at gera myndina meira veruleikakenda. Tó so, onkuntíð eru eisini onnur rúm kend fyri hyggjaranum, t.d. køkur og hjúnarúm, men oftast er talið á etableraðu scenunum rættiliga avmarkað. So skjótt sum leiklutirnir fara út á »ókendar gøtur« uttanfyri vælkenda og trygga heimið,

Skriviskeið í Føroyahúsinum Leygardagin 22. okt. 2005 skipar MFS fyri skriviskeiði, sum Dánial Hoydal, retorikari, fer at standa fyri. Dentur verður serliga lagdur á argumentatión í skrivligum uppgávum, og verður hetta gjørt bæði við venjingum, greiningum og umskrivingum av tekstum. Øll eru vælkomin at luttaka á skeiðnum. Nærri verður lýst seinni.

12

fjølnir

JUNI 2005

JUNI 2005

fjølnir

13

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 2 - September 2005  

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 2 - September 2005

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you