Page 1

Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A Dk-1620 København

Meginfelag Føroyskra Studenta

21. árgangur

fjølnir

mars 2005

1. blað 2005

SAMLEIKI. ÁRSAÐALFUNDURIN - IKKI STÓRAR BROYTINGAR. TILTAK FYRI LESANDI Í STÓRA BRETLANDI. FRAMLØGA AV HØVUÐSUPPGÁVU. HÓLMGONGA MILLUM HOYDAL OG EIDESGAARD. HOMO-RÁÐSTEVNA Í FØROYUM. FØROYSKRA- HVØRSFALL FLEIRTAL. TARIN DRÓG HANA TIL LÍVFRØÐINA

M

F

S


Frítíðarløn 2. mai 2005 Fjølnir mars 2005

Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2005.

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 KBH V tlf 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr 100,Skrivstovutíðir: Kepmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl 16-18 Århus: Opið týsdag kl 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, tlf 27 74 83 21 Blaðstjórn: Katrin D. Apol (ábyrgd) Sonja J. Jógvansdóttir Petur Martin Hansen Jákup Sverri Kass Nina A. Arge (uppsetan)

Eigur tú frítíðarløn, fært tú eina fráboðan. Hevur tú flutt bústað, síðani tú seinast boðaði fólkayvirlitinum frá, fer fráboðanin retur til Frítíðargrunnin. Fyri at sleppa undan hesum skalt tú – um tú býrt Føroyum - boða fólkayvirlitinum frá nýggja bústaðnum. Frítíðarlønin fyri 2005 fer á somu kontu sum í fjør. Ynskir tú hetta kontunummar broytt, verður tú biðin um at boða okkum frá nýggja kontunummarinum. Tú kanst boða okkum frá broytta kontunummarinum við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda okkum hana áðrenn 20. apríl 2005. Ella tú kanst fara inn á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo og útfylla oyðublaðið um frítíðarløn. Spurningar verða svaraðir á telefon 37 10 51. Telefonin svarar mán. - hós. kl. 9.00 - 15.30, og frí. kl. 9.00 – 15.00

P-tal: Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/ býur: Peningastovnur: (bert føroyskur)

Kontunummar:

Øll eru vælkomin í blaðbólkin!!! Prent: MFS í Keypmannahavn

____________ ,

/

2005

__________________ Undirskrift

Prentað 2004 Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

fjølnir

NOV. 2004

Fráboðanin skal sendast:

Toll- og Skattstovu Føroya Suðuroyar Øki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri

NOV. 2004

fjølnir

23


SAMLEIKI Katrin D. Apol

4

ÁRSAÐALFUNDURIN - IKKI STÓRAR BROYTINGAR Katrin D. Apol í náttúruni. Agnes leggur tó afturat, at løturnar í Fámjin eisini vóru góðar tí her fekk hon møguleika at fáa nøkur lærurík og hugnalig prát við teir gomlu á keiðini. Kava eftir tara í Grønlandi, og skipa fyri taraútferð í Fámjin Í samband við lesnaðin á KU hevur Agnes havt fleiri relevant studiearbeiðið, har hon eisini fær gjørt brúk av sínum frítíðarítrivum- kavingini og myndatøkum. Hon hevur td tikið myndir av soppasløgum, og í summarfrítíðini var hon í Grønlandi og kavaði eftir tara. Agnes er við í »Nordic seaweed project«, ið kannar møguleikan fyri at brúka tara til djórafóður í sudur Grønlandi. Projektið hevur eitt meira praktiskt endamál enn tann akademiska tilgongdin til taran sum Agnes er von við á universitetinum, og tað sær Agnes sum enn eina inspiratión til framtíðina. Kunningarstovan í Suðuroy skipaði fyri eini taraútferð til Fámjins síðsta summar, har Agnes, saman við gamla lívfrøðilæraranum í Vági, legði lag á. Hetta helt Agnes vera sera stuttligt, og tað var eisini her, at Agnes fann útav, hvussu sermerkt júst hennara áhugaøki í veruleikanum er. Fólk hava sum heild stóran áhuga fyri arbeiðinum hjá Agnes, men hon hevur eisini møtt nógvum, ið seta spurnartekin við, hvussu áhugaverdur tari

22

fjølnir

NOV. 2004

kann vera? Agnes flennir eitt sindur. Tá tú arbeiðir við nøkrum heldur tú ofta, at tað bara er tað mest áhugaverda, og tí er torført at skilja, at nakar kann seta spurnartekin við tað tú gert. Føroyar – eitt granskingarparadís fyri havlívfrøði Agnes er, sum sagt, í gongd við fyrireikingararbeiðið í samband við spesialið, har hon fer at arbeiða við taraslektini »Porphyra« (tað sum man brúkar til sushi-rullurnar.). Kanningararbeiðið verður gjørt í Føroyum, og hon hevur, enn einaferð, fingið játtan frá Setrinum at brúka alla útgerð hon hevur tørv á, og Setrið vísir arbeiðinum stóran áhuga.

6

TILTAK FYRI LESANDI Í STÓRA BRETLANDI Dann Jacobsen

8

FRAMLØGA AV HØVUÐSUPPGÁVU Katrin D. Apol

10

HÓLMGONGA MILLUM HOYDAL OG EIDESGAARD Sonja J. Jógvansdóttir

12

HOMO-RÁÐSTEVNA Í FØROYUM Sonja J. Jógvansdóttir

16

FØROYSKRA - HVØRSFALL FLEIRTAL Katrin D. Apol

18

TARIN DRÓG HANA TIL LÍVFRØÐINA Doris Bjarkhamar

tari

NOV. 2004

fjølnir

20


ODDAGREIN

Samleiki Katrin D. Apol

Fyri tveimum árum stóð oddagrein í Fjølnir við heitinum “Aðalfundur við einum limi”, og í ár kundi yvirskriftin verið júst tann sama. MFS hevði aðalfund leygardagin tann 26. februar, og hóast fundurin var lýstur fyri øllum limum og øðrum á teldupostlistanum frammanundan, var aftur í ár bert ein limur, ið møtti á fundi umframt ráðið og bókhaldaran! Viðgangast má tó, at hetta ikki var annað enn væntandi. Felagsnevnarin at vera føroyingur og lesandi tykist nevniliga ikki vera nakað, sum í dag stendur lesandi útisetunum í Keypmannahavnarumráðnum serliga nær, ella megnar at savna fólk. Avmarkaða luttøkan til ársveitslurnar hjá MFS seinastu árini er eitt týðiligt tekin um hesa gongdina. Tað, at fólk flyta samleika, er nakað, sum m.a. verður granskað í innan sosialvísindina. Tosað verður nógv um felagsskapin og leiklutin hjá tí einstaka í felagsskapinum. Samfelagið hevur førkað seg til tað, vit í dag nevna informatiónssamfelagið ella meira populert nevnt globalsamfelagið. Væl útbygda samskiftisnetverkið ger, at vit kunnu fáa heimin serveraðan afturvið kaffi´num heima í stovuni. Saman við einum nýmótans samferðslukervi hevur hetta virkað til, at fólk eru farin at leita meira breitt fyri at finna ein felagsskap og ein samleika.

4

fjølnir

NOV. 2004

Tann einstaki stendur alla tíðina yvir av at skula taka nøkur val ella frával. Úrvalið er so mikið stórt, at hetta í størri mun enn fyrr skapar gróðrarbotn fyri eini øktari individualisering. Hesir møguleikar vóru fyrr meira avmarkaðir og staðbundnir, enn teir eru í dag, og førdi hetta til, at tann einstaki oftast leitaði eftir sínum samleika innan fyri tjóðskaparligu mørkini og lokalsamfelagið. Víðkaða útboðið hevur havt við sær, at í dag sæst, at fólk í størri mun hava lyndi til at leita saman í forum av serligum typum, sum ikki eru landafrøðiliga avmarkaði. Samleiki hevur fingið størri rásarúm, og sekunderar relatiónir hjá tí einstaka fáa alt størri týdning í mun til primerar relatiónir. Fólk identificera seg við stjørnurnar úr fjølmiðlunum, skipa felagsskapir í chatrúmum á internetinum o.s.fr. Samstundis sum mørkini eru horvin, vísir tað seg sostatt, at fólk leita saman í meira »specialiseraðar« bólkar. Limatalið hjá MFS er lækkandi, men samstundis sæst í Danmark, at lesandi føroyingar halda saman í smærri feløgum so sum »Føroysk læknalesandi«, »Verkfrøðingar á Slættanum«, »Føroysk juralesandi« og nú nýliga eisini »ANSO«, sum tú kanst lesa um aðra staðni í blaðnum, fyri bara at nevna nøkur. Felagsnevnararnir eru sostatt meira nágreiniligir enn í júst MFS.Fólk kenna ikki samleika sum mfs´arar, og eingin gongur runt og

fyrstu árini vóru rættuliga strævin, og hugurin var ikki altíð so góður, tí hon eisini skuldi hava øll tey “keðiligu fakini”. Tað, sum fekk Agnes at halda áfram var, sum hon sjálv kallar, møtið við hennara “My dreams come through” Ruth Nielsen, ið er kend í Føroyum í samband við “Biofarprojektið”. Agnes luttók á einum summarskeiði í Frederikshavn, har Ruth Nielsen undirvísti í tarasløgum. Her sá Agnes møguleikan at sleppa at arbeiða við tara, ið júst var tað sum av fyrstani tíð dróg hana til lívfrøðina. Eitt gevandi ár á Fróðskapar-setrinum. À 3.ári avgjørdi Agnes at lesa á Setrinum í 1 ár. Her fann Agnes veruliga útav, hvussu spennandi og stuttligur lívfrøðilesnaðurin var. Hon fekk nú møguleika at lesa lívfrøði við støði í føroyska umhvørvinum, og tað vóru serliga tey havlívfrøðiligu og havfrøðiligu fakini, ið vóru sera spennandi. Agnes møtti nógvum sera áhugaverdum undirvísarum, bæði føroyskum og útlendskum á Setrinum, og hon metir sjálv, at undirvísiningin var á rættuliga høgum støði. Styrkin á Setrinum var tó heilt avgjørt tað góða sambandið millum undirvísarar og tey lesandi, ið Agnes ikki var von við á KU. Agnes sigur, at ein føldi veruliga, at undirvísararnir tóku sær av einum, og tað var ein stór hjálp hjá Agnes, tá hon fór í holt við BA-ritgerðina.

Fann tvey óvanlig tarasløg í Føroyum. Agnes møtti aftur taraserfrøðinginum, Ruth Nielsen, á Setrinum, og hon játtaði at verða ein av vegleiðarunum í samband við BA-ritgerdina. Agnes hevði eisini føroyskar vegleiðarar, ið vóru rættuliga gevandi og inspirerandi í arbeiðsgongdini. Arbeiðsumráði hjá Agnes var sum sagt tarasløg, og hon arbeiddi við at kortleggja, hvørji tarasløg finnast í Føroyum. Agnes fann m.a tvey sjáldsom tarasløg, so arbeiðið var rættuliga spennandi og gevandi fyri hana. Spurd um hon nakrantíð sá tað sum ein vansa at arbeiða við føroyskum viðurskiftum, sigur Agnes, nei tvørtur ímóti. Tað føroyska havumhvørvið er eitt satt paradís fyri lívfrøðingar, og mentaliteturin á Setrinum hevur eisini gjørt arbeiðið lættari fyri Agnes. Her hugsar Agnes serliga um, at hon í samband við innsamling av tara til BA-ritgerdina fekk loyvi til at kava, nakað hon nokk ikki hevði sloppið á KU hóast hon hevur certifikat, og harumframt fekk hon mest sum fríðar hendur til at brúka alla útgerð á Setrinum. Meðan Agnes var í Føroyum, fekk hon veruliga roynt seg úti í feltinum. Hon minnist, løturnar hon sat í Fámjin, og bíðaði eftir, at ætt og rák skuldi fella saman soleiðis, at tilbar at kava á hesum aldubarda staði. Hetta var rættuliga møtumikið, men samstundis fekk ein eyguni upp fyri, hvussu trupult tað kann vera at gera kanningararbeiðið úti

NOV. 2004

fjølnir

21


Tarin dróg hana til lívfrøðina! Doris Bjarkhamar

Tey flestu kenna væl kensluna av, ikki at hava ánilsi fyri, hvat ein yvirhøvir kann brúka útbúgving sína til í Føroyum. 28 ára gamla Agnes Mols Mortensen lívfrøðilesandi ivast ikki, hvat hon kundi hugsað sær at arbeitt við eftir loknan lesnað Havlívfrøðin liggur fremst á ynskilistanum hjá Agnes, og í løtuni fyrireikar hon seg til spesialið um føroysk tarasløg. Fjølnir hevur hitt tvørágentuna, ið brennir fyri føroyskum tarasløgum. Hví lívfrøði? Agnes greiðir frá, at áhugin fyri lívfrøðini kom meðan hon gekk á HF í Vági. Henni dámdi væl lærugreinina lívfrøði, og tá tey skuldu gera eina kanning av vistfrøðini á Vágsfirði, fann Agnes útav, at hetta var akkurát nakað fyri hana. Hon og ein vinkona vórðu so hugtiknar av hesi kanning, at tær, av egnum áhuga, fóru undir at samla tara á Trongisvágsfirði fyri at samanlíkna vistfrøðina á Vágsfirði og Trongisvágsfirði. Eftir eitt sabbatár í Ghana (Afrika), og ymiskum ævintýrum, slapp Agnes inn at lesa lívfrøði í Keypmannahavn. Hon fór inn við tilganginum, at dámar mær ikki, so gevist eg, men royna, tað skuldi hon so. Agnes sigur seg ongantíð seinni hava ivast í, at lívfrøði var tann rætta leiðin fyri hana. Tvey tey

breggjar sær av at vera mfs´ari á sama hátt og eitt nú ein HB´ari. Tað er í veruleikanum hugvekjandi, at nevniliga ítróttarfeløg, og kanska í serligan mun fótbóltsfeløg, kunnu fáa fólk at standa saman í einum felagsskapi, og undir dysti standa og ýla, sum galt tað lív. Eisini MFS roynir við jøvnum millumbilum at taka onkran dystin upp um enn á øðrum leikvølli, og við føroysku myndugleikunum sitandi hinu megin borðið. Okkara tólvti maður er tó ikki eins harðmæltur og tann, ið trúfastur fylgir føroyska fótbóltslandsliðnum, og rópini og trummuslátturin av síðulinjuni gera teg so ikki deyvan!

Nakað soleiðis hevði sæð út í skýlinum hjá MFS, um ársaðalfundurin var ein fótbóltsdystur

Minst til: MFS limir fáa bæði internetdimmu og internet-sosialin fyri 1/2 prís, bert við at venda sær til MFS

20

fjølnir

NOV. 2004

NOV. 2004

fjølnir

5


Ársaðalfundurin - ikki stórar broytingar Katrin D. Apol

Ársaðalfundurin hjá MFS var leygardagin 26. februar í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Undirtøkan var so sum so, og fáar broytingar vóru at síggja í nýggja ráðnum í mun til farna ráðsár. Tað var ein friðarligur ársaðalfundur, sum MFS hevði í skúlastovuni á loftinum í Føroyahúsinum hendan kalda februardagin. Tó so, tá her verður sagt friðarligur, so skal tað skiljast á tann hátt, at talan aftur í ár gjørdist um friðarval til teir upp til 11 sessirnar í ráðnum. Tríggir av ráðslimunum tóku ikki við afturvali og eingin nýggjur stillaði upp. Tó er ein gamal ráðslimur, sum hevur verið burtur frá eina tíð, komin við aftur. Eftir at ársfrágreiðing formansins og roknskapurin vóru gjøgnumgingin og viðgjørd, var kjakast eina løtu um nøkur grundleggjandi ting viðvíkjandi MFS. Sum so ofta áður var spurningurin, um hvussu MFS fær fleiri limir, havdur á lofti. Nevnd vóru uppskot so sum at fólk bert skulu gjalda fyri innliming eina ferð ella at avtaka limagjaldið heilt. Hin vegin var nevnt, at ein stórur limaskari ikki var essentiellur fyri, at MFS skal yvirliva, men at tað sjálvsagt ger okkum sterkari við einum stórum felag í rygginum. Drúgt kjak tók seg eisini upp viðvíkjandi Fjølnir. Onkur helt, at verandi støða við blaðnum, har

eingin ábyrgdarblaðstjóri er til staðar, ikki er til at liva við, og at blaðið eigur at vera niðurlagt. Í staðin skuldi so eitt slag av netútgávu verið lagt út á heimasíðuna hjá MFS. Hóast fleiri vóru, ið meira ella minni tóku undir við uppskotinum, var mótstøðan kortini stór. Hildið varð ikki, at ein møgulig netútgáva av blaðnum kundi samanberast við eina pappírsútgávu m.a. tí at tað setir størri krøv til at tann einstaki sjálvur uppsøkir tíðindini í staðin fyri at fáa tey latin upp í hendurnar við blaðútgávuni. Tey, ið vóru fyri, hildu, at rákið í tíðini lá soleiðis, at hetta var einasta gongda leiðin. Fólk vóru tó rættiliga samd um, at tá nýggja heimasíðan kemur upp at koyra um vónandi ikki so langa tíð, skal stórur dentur leggjast á at hava eina dagførda og spennandi heimasíðu. Eingin beinleiðis niðurstøða var gjørd viðvíkjandi Fjølnir, men semja fekst tó um, at so leingi heimasíðan ikki er komin upp at koyra, verða ongar broytingar framdar. Trý av okkara garvaðu fólkum valdu ikki at taka við afturvali, og vilja vit í MFS nýta høvið at takka teimum trimum fyri ídna arbeiðið í MFS-ráðnum. Hesi vóru: Helena Debes Højgaard, í MFS síðani okt. 2002 Annika Helgadóttir Joensen, í MFS síðani febr. 2002 Rúnar Reistrup, í MFS síðani febr. 2001

Skrivstovufólk til MFS í Keypmannahavn MFS søkir eftir skrivstovufólki til skrivstovuna í Keypmannahavn. Starvið umfatar átta tíma arbeiðsviku, harav fýra tímar eru fastlagdir miku- og fríggjadag 16.00-18.00. Hinar fýra tímarnar leggur skrivstovufólkið sjálvt. Starvið Starvið snýr seg m.a. um at halda samband við limirnar í gjøgnum brøv og teldupost, avgreiðslu av posti, hald av skrivstovuni og skrivstovuútgerðini, ymiskt uppsøkjandi arbeiði í samband við lesnað umframt sambandið við vitjandi á skrivstovuni í upplatingartíðini. Í starvinum sum skrivstovufólk kemur tú at arbeiða tætt saman við MFS-ráðnum, sum arbeiðir fyri at betra kor teirra lesandi. Tískil vænta vit, at tú hevur ein ávísan áhuga fyri studentapolitiskum arbeiði. Førleikakrøv Dagliga skrivstovuarbeiðið fer fyri stóran part fram framman fyri telduni, og tá nýggja heimasíðan hjá MFS kemur upp at koyra, verður tað væntandi partur av skrivstovuarbeiðinum at taka sær av uppdateringum o.ø. á heimasíðuni. Tískil er góður teldukunnleiki ein stórur fyrimunur. Um tú vilt vita meira um starvið sum skrivstovufólk, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á mfs@mfs.fo, við at koma framvið á skrivstovuni í upplatingartíðini ella við at ringja á tlf. 33 25 02 10. Freistin at lata skrivliga umsókn inn er 15. apríl 2005. Starvið verður sett frá 1. mai 2005. Løn sambært avtalu. MFS

Øll eru vælkomin at luttaka í nevndararbeiðinum hjá MFS!

6

fjølnir

NOV. 2004

NOV. 2004

fjølnir

197


FøroyskRa – hvørsfall fleirtal Katrin D. Apol

Við jøvnum millumbilum hoyra vit í MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, frá fólki, at ein villa hevur sníkt seg inn í navnið hjá felagnum antin á skrift ella í talu, har hildið verður, at eitt “r” av misgávum er sloppið sær upp millum sum næstseinasti stavur í orðinum “føroyskra”. Fyri at sláa tað fast, so er talan ikki um eina villu, men um eitt málsligt fyribrigdi, sum ikki sæst so nógv í føroyska málinum longur. Formurin “føroyskra” er hvørsfall fleirtal av “føroyskur”. Tá studentafelagsskapurin varð stovnaður í 1962 í Keypmannahavn, varð tað altso undir navninum “Meginfelag Føroyskra Studenta”. Vit hava fingið Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðing, at koma við eini málsligari frágreiðing viðvíkjandi hesum hvørsfalsforminum. Hann sigur soleiðis frá:

»Stutt sagt hongur tað soleiðis saman, at tá vit benda (bendu) eitt lýsingarorð í hvørsfalli, fekk tað eitt r inn í bendingina. Nú er tað at siga, at hvørsfallið er sera lítið nýtt sum eitt funtkionelt fall á føroyskum í dag. Í staðin umskriva vit hvørsføllini, t.d. „takið á húsinum“ (heldur enn „húsins tak“). Tað ger so, at hvørsfallið verður lítið nýtt og tí tykjast hvørsfalsformarnir fremmandir, og serliga í bendingum av lýsingarorðum. Henda regla er ikki virkin í dag, og tí kann tað virka, sum „føroyskra“ er ein feilur, men tað er tað ikki. Um vit skuldu brúkt hvørsfalsformin í fleirtali í dag, hevði hann nokk itið „føroyska“ (uttan r). Men - sum sagt verða hvørfalsformar lítið og einki nýttir í dag.“

Eftir aðalfundin skipaði ráðið seg soleiðis: Formaður - Katrin D. Apol, í MFS síðani febr. 2001 Næstformaður - Petur Martin Hansen, í MFS síðani mars 2003 Kassameistari – Jóhan Pauli Helgason, í MFS síðani febr. 2003 Skrivari – Doris Bjarkhamar, í MFS síðani okt. 2004 Nina Alberg Arge, í MFS síðani febr. 2004 Absalon Eysturoy, í MFS síðani febr. 2002 Dann Jacobsen, í MFS síðani febr. 2004 Sonja Jógvansdóttir, í MFS síðani okt. 2004 Jákup Sverri Kass, í MFS síðani aug. 2002 Anna Rein, í MFS síðani mars 2003

18

fjølnir

NOV. 2004

NOV. 2004

fjølnir

7


Tiltak fyri lesandi í Stóra Bretlandi 20. novembur 2004 Dann Jacobsen

Í samráð við Sendistovu Føroya í Stóra Bretlandi skipaðu Altjóðaskrivstovan (ASK) og MFS fyri einum tiltaki fyri lesandi í Stóra Bretlandi. Tiltakið fekk góða undirtøku, har eini 22 lesandi møttust í hølunum hjá donsku sendistovuni í London.

Dagurin byrjaði við at føroyski sendimaðurin í Stóra Bretlandi, John Rajani, bjóðaði vælkomin, og har hann stutt greiddi frá virkseminum hjá føroysku sendistovuni. Sendimaðurin legði m.a. dent á, at sendistovan ikki hevur til uppgávu at skipa fyri sosialum tiltøkum fyri føroyingum og lesandi í Stóra Bretlandi. Kortini er sendistovan altíð áhugað í at samskipa ymisk tiltøk, ið kunnu sigast at hava ein føroyskan áhuga, og serliga kann sendistovan hjálpa við hølum, ið kunnu verða nýtt til viðkomandi tiltøk. John Rajani legði afturat, at við verandi gongd so gerast lesandi ein alsamt

størri partur av teimum føroyingum, sum búgva í Stóra Bretlandi, tí verður eisini neyðugt við meira kunningartilfari við atliti at lesandi og teirra viðuskiftum í Stóra Bretlandi. Næst á skránni var ein framløga við Holger Arnbjerg frá ASK, har hann m.a. greiddi frá virkseminum hjá ASK, og nýtti hann eisini hetta sum ein møguleika fyri at fáa eina eftirmeting upp á ráðgevingina og kunningararbeiðið hjá ASK, har tey flestu hjástøddu høvdu verið í samband við ASK, áðrenn tey fluttu til Stóra Bretlands. Tey flestu vóru sera fegin um ta kunning og ráðgeving, tey høvdu fingið frá ASK undan teirra fráferð til Stóra Bretlands. Tó vóru øll samd um, at tað nærum er ómøguligt at veita holla kunning um øll viðurskifti fyri alt útbúgvingarøkið í Stóra Bretlandi. Útbúgvingarøkið í Stóra Bretlandi er m.a. sermerkt av at vera sera fløkt, og kann til tíðir vera sera trupult at fáa greiðu á. Í hesum sambandi gerst tað neyðugt at gera sær dælt av teirri vitan og lestrarroyndum, ið lesandi í Stóra Bretlandi hava fingið, meðan tey hava verið undir lesnaði. Aftaná Holger Arnbjerg, hevði Dann Jacobsen eina stutta framløgu um virksemið hjá MFS, ið m.a. hevði til endamáls at greiða frá bygnaðinum hjá MFS, og eisini eggja teimum lesandi í Stóra Bretlandi til at gera seg galdandi á tí studentapolitiska økinum. Tað

arbeiðið fyri LGBT lesandi tvørtur um norðurlendsk landamørk, leggur Manijeh Modi dent á. Limir ANSO Nevndin í ANSO hittist regluliga og so er meiningin at halda eina ráðstevnu fyri allar limirnar eina ferð um árið – henda fyrsta verður sum nevnt í Føroyum, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. ANSO hevur longu fingið fatur á granskarum og politikarum, sum vilja koma til Føroyar og nú er felagsskapurin í gongd við at fáa pening til vega. Nuverandi limir í ANSO eru: FSS - Félag STK stúdenta frá Reykjavík, Iceland, HG - Homoglobiini R.Y frá Helsinki, Finland, Sveriges Förenade Gaystudenter (SFG), UgleZ frá Bergen, Norra, BLUS frá København, Danmark og Friðarbogin úr Føroyum. Arbeitt verður eisini við at fáa Grønland við í arbeiðið. FAKTA ANSO er Association of Nordic LGBT Student Organisations. LGBT stendur fyri lesbian, gay, bisexual og transgendered á føroyskum sam-, tví- og transkyndum.

ANSO-nevndin

Í nevndini eru: ISLAND: Ásta Ósk Hlöðversdóttir (formaður) FØROYAR: Manijeh Elsa Modi (næstformaður) DANMARK: Maren Fich Granlien (kassameistari) SVØRIKI: Maria Hansson NOREG: Hallvard Øren FINLAND: Linda Vapalahti

Felagið var stovnað 21. november og hevur heimstað í Mykinesi í Føroyum.

MFS søkir blaðstjóra til Fjølnir. Arbeiðið inniber at savna saman tilfar til blaðið. Løn sambært avtalu. Ring, skriva ella hygg forbí, so fært tú nærri at vita! Vit gleða okkum at hoyra frá tær! MFS

8

fjølnir

NOV. 2004

NOV. 2004

fjølnir

17


Homo ráðstevna í Føroyum Sonja J. Jógvansdóttir

ANSO, norðurlendska felagið fyri lesandi sum eru samkynd, skipar í august mánaði fyri stórari ráðstevnu um homoseksualitet í Tórshavn. Felagið varð stovnað í november mánaði í fjør, og hevur heimstað í Føroyum So er stundin komin at loypa úr skápinum. Í øllum føri er meiningin, at ein stór norðurlendsk homo ráðstevna verður í Føroyum í august mánaði. So væntandi verður Tórshavn floymd av samkyndum, tvíkyndum, transkyndum – ja, you name it. Tað er nýstovnaði samkyndi lestrarfelagsskapurin ANSO, sum stendur fyri ráðstevnuni. ANSO varð stovnað ein kaldan vetrardag seint í november mánaði 2004 á Suðursælandi. 22 ung úr 6 Norðanlondunum vóru hjástødd, úr tilsamans 8 LGBT lestrarfelagsskapum. Avrátt varð at fara til verka beinanvegin. Avgjørt varð eisini at felagsskapurin skuldi hava heimstað í Mykinesi. Annars kann sigast at Føroyar eru í dag einasta Norðurlandið, sum ikki hevur gjøgnumført lógina um skrásett parlag. Hetta er borgarliga vígslan hjá samkyndum, her er sostatt ikki talan um kirkjuliga vígslu.

16

fjølnir

NOV. 2004

Nógv felags – Vit samlaðust her i Danmark fyri at skapa ANSO, tí vit mettu, at vit hava nógv til felags, hvør í sær við virðismiklum royndum. Endamalið við ANSO er at deila okkara vitan, og fremja medvitan um LGBT mál hja lesandi, sigur Manijeh Elsa Modi, næstforkvinna í felagsskapinum. Hon er tað føroyska umboðið í nevndini. – Vit ynskja at skapa positivt kjak og gera okkum sjónlig gjøgnum okkara ráðstevnur. Vit ynskja at vera við til at uppbyggja eitt netverk tvørtur um norðurlendsk landamørk, at stuðla LGBT lesandi, sigur Manijeh Modi. – Tað er týdningarmikið hjá okkum at stuðla uppundir menningina serliga av smáum samfeløgum til tess at betra um livikorini hjá LGBT’arum her. Eisini ynskja vit at seta tiltøk í verk, sum menna medvitan og økja um vitanargrunnin um LGBT mál hjá lesandi í norðurlondunum, heldur føroyska næstforkvinnan í ANSO fyri. Sjálv er hon og eini 15 – 20 onnur farin í holt við at skipa fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Meiningin er, at altjóða granskarar á økinum, politikarar úr øllum Norðurlondunum og onnur skulu hava fyrilestrar, upbyggjandi kjak, seminar og annað. – Vit vilja fremja vitanarumbýtið bæði millum vanlig fólk, politikarar og granskarar til tess betri at fremja

er greitt, at tað gerast alsamt fleiri lesandi, ið velja at leita sær til Stóra Bretlands til tess at nema sær eina útbúgving. Tí er tað umráðandi at ymisk viðurskifti og rættindi hjá lesandi við serligum atliti at Stóra Bretlandi eisini verða tikin við í arbeiðið hjá MFS. Tosað var eisini um spurningin, um hvussu tey lesandi í Stóra Bretlandi kundu skipa seg til tess at skapa eina sameinda rødd, ið kundi umboða lokalu áhugamálini. Ítøkiligasta uppskotið til at loysa hendan spurningin var, at man setti saman eina nevnd við lesandi í Stóra Bretlandi, ið virkaði sum ein lokal-nevnd undir MFS ráðnum. Í verandi løtu eru ávís lesandi í Stóra Bretlandi farin til verka til tess at finna fram til eina loysn á hesum økinum. Væntandi fer MFS í nýggja ráðsárinum at hyggja nærri at hesum spurningi, ikki bert við atliti at Stóra Bretlandi, men eisini øðrum londum, sum gerast alsamt meira vanligar útbúgvingarleiðir hjá føroyskum lesandi. Eisini var høvi hjá teimum hjástøddu at hoyra Ragnar Johannesen, ið starvast sum advokat fulltrúi (Solicitor Trainee) í London, m.a. greiða frá bretska arbeiðsmarknaðinum og sínum royndum, tá ið hann skuldi søkja sær starv eftir lokna útbúgving í Stóra Bretlandi. Á sama hátt kundi Sigga Jacobsen, sum er skrivari á føroysku sendistovuni, greiða frá sínum royndum við bretska arbeiðsmarknaðinum. Afturat

hesum, var danski konsulin boðin við til tiltakið, sum hevði eina sera áhugaverda framløgu, har hann greiddi frá støðuni millum Danmark, Stóra Bretland og ES. Tiltakið endaði við at tey lesandi vóru boðin til ein vælsmakkandi døgurða, sum Dánjal Rein hevði tilgjørt. Síðani fóru tey flestu, ið vóru møtt til dagin, út á eina lokala pub, og seinri varð farið víðari til nátturða á lebanesiskari matstovu. Yvirhøvur má sigast, at tiltakið eydnaðist sera væl. Bæði tá ið hugsað verður um at skapa fokus á viðurskifti hjá teimum lesandi og virksemi hjá viðkomandi stovnum og felagsskapum sum ASK og MFS í hesum sambandi. Eisini var tann meira sosiali parturin av tiltakinum sera kærkomin, serliga tá ið hugsað verður um stóru geografisku frástøðurnar, sum eru í millum tey lesandi í Stóra Bretlandi. Vónandi verða fleiri tiltøk av slíkum slagi hildin í framtíðini, ikki bert í Stóra Bretlandi, men eisini í øðrum londum har føroyingar undir lesnaði støðast alsamt.

NOV. 2004

fjølnir

9


Framløga av høvuðsuppgávu Katrin D. Apol

Marra teirra lesandi Drúgt kanningararbeiði, tyngjandi vegleiðarafundir, óskipaður orðavavstur, langar nætur, eksistensiellir spurningar o.s.fr. Ja, tað er ofta ein long og hørð process at skula ígjøgnum endaligu uppgávuna - høvuðsuppgávuna! Fyri mong er tað ein sonn marra at koma í gjøgnum, og uppaftur onnur koma ongantíð í gjøgnum hana av ymsum orsøkum. Vit kenna øll onkran, sum í nógv, nógv ár »bara hevur manglað specialið…« Fyri tey flestu eydnast tað tó tíbetur at fáa høvuðsuppgávuna frá hond og at koma út hinu megin við einum heiti í lummanum. Fyri mong kann tað tykjast sum ikki sørt av einum »antiklimaksi« at verða liðug. Um hugsað verður um alla ta orku, sum seinastu tíðina hevur verið løgd í stóru endaligu uppgávuna, so er tað stórt spell, at tað aloftast bert eru nøkur heilt fá fólk, ið yvirhøvur lesa uppgávuna og tískil kenna til tey úrslit, tann einstaki er komin til í kanningararbeiði sínum. Hetta vil MFS fegin vera við til at broyta fyri føroysk lesandi! Nýggj royndarskipan Ætlanin hjá MFS er at fara undir at skipa fyri, at lesandi føroyingar, ella kanska rættari fólk, ið júst eru liðug at lesa, kunnu leggja høvuðsuppgávu ella eina samsvarandi uppgávu fram alment fyri samsýning frá MFS. Sjálvsagt ber eisini at leggja

10

fjølnir

NOV. 2004

eitt nú BA-ritgerðir ella aðra størri uppgávu fram, um henda er nóg umfatandi til eina longri framløgu. Endamálið við nýggja hugskotinum er fyrst og fremst at spjaða vitan og kanningarúrslit, sum annars einans høvdu komið próvdómara, undirvísara og møguliga onkrum øðrum fyri eyga og oyra. Málið er eisini, at tann einstaki fær nakað burtur úr at formidla sína servitan, og kann hetta møguliga koma væl við í arbeiðsstøðum ella arbeiðssamrøðum. Tað er nevniliga heldur ikki øll, sum fáa møguleika at verja høvuðsuppgávuna munnligt, og er hetta tískil ein upplagdur møguleiki at royna sín munnliga retorik. Breiðar rammur Viðvíkjandi evnum, sum kunnu verða tikin fram, so verður fyrst og fremst hugsað um uppgávur, sum taka fram føroysk evni ella viðgera føroysk viðurskifti. Tó fara vit ikki at seta hesa avmarking á sum eitt krav, men eru opin fyri, at fólk venda sær til okkum við møguligum uppskotum, sum møguliga á annan hátt kunnu vera viðkomandi at leggja fram alment. Av tí at talan er um eina royndarskipan, fara vit ikki í fyrsta umfari at seta so nógv ávís krøv, men vera opin fyri rættiliga breiðum hugskotum. Í fyrsta umfari fara vit at royna hetta í Keypmannahavn, men møguleiki er sjálvsagt fyri, at tílík tiltøk kunnu skipast aðra staðni eisini.

»Tað er rætt at brúka stóra orku til gransking, tí hava vit sett tvey uppskot fram seinasta árið, sum tíverri eru feld. Tað almenna eigur stór virðir í vinnutólum og uttanlands – tað eru stórar upphæddir til taks, vit eiga at hækka játtanirnar 10% um árið.« Høgni Hoydal um játtan til gransking

Ikki tí, bæði Hoydal og Eidesgaard eru orðsnillingar, sum duga væl at kjakast og at krydda kjakið við skemti – um ikki annað so fyri at fáa andarúm. Teir vóru til tíðir naskir mótvegis hvør øðrum, men tað var ongantíð talan um at teir royndu at húðfletta mótpartin – kanska eru teir ov samdir, kanska er tað tí, at lítið og einki var upp á spæl.

Eidesgaard omaná Tað lá væl fyri hjá Eidesgaard og Hoydal í hólmgonguni í Føroyahúsinum, teir sluppu eisini at endurtaka sínar klassisku atfinningar. Einki kollveltandi kom fram, heldur var talan um hálvantriðja tíma undirhald. Stríðið var tætt, men hóast hann ikki skaraði framúr, so gekk nakað betur hjá løgmanni enn Hoydal at fáa sín boðskap ígjøgnum. Hann tykist veruliga hava lært, at bara tú endurtekur eina útsøgn nóg ofta, so fer onkur møguliga at trúgva tí, taka undir við tí ella, um ikki annað, fáa eitt »á-ja« upplivilsi

NOV. 2004

fjølnir

15


almennum vinnutólum, nýtast til hetta. Orðstýrarin Beinta Løwe Jacobsen setti kortini spurnartekin við, hví Tjóðveldisflokkurin einki gjørdi við hetta, tey átta árini flokkurin umsat Mentamál. Hoydal vardi seg við, at tey vóru bundin í eini samgongu, og at tey hava gjørt nógv við gransking. Hvat játtanum til hægri útbúgvingar og gransking viðvíkur, so skuldu føroyskir politikarar kanska skeitt útum matrikklið Føroyar. Hugdu føroyskir politikarar uttanlands, so høvdu teir eitt nú sæð, hvussu lutfalsliga stórar játtanirnar eru til gransking og hægri útbúgvingar í mun til eitt nú BTÚ. Tað er ein sannroynd, at kann ein króna sparast, so verður spart, men gransking er kortini eitt øki, sum er mett vera vert at nýta pening til – hetta er ikki av vælvild, men tí tað loysir seg.

»Fyri nøkrum árum síðani trúðu fólk, at gransking tað vóru nakrir støvutir fýrar, sum sótu á Setrinum og spældu fandango...« Høgni Hoydal

Um tú sjálv/ur hevur hug, ella um tú veitst um onkran, sum møguliga hevur skrivað okkurt, sum kundi verið áhugavert at tikið upp, so lat okkum hoyra um tað. MFS tilskilar sær rætt til í hvørjum einstøkum føri at meta um, hvørt evnið er hóskandi at leggja fram. Fyrsta framløgan verður í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 15. apríl, tá Hallbera West fer at leggja fram (sí niðanfyri). Tit frætta um klokkutíð seinni! Vónandi verður tikið væl ímóti nýggja tiltakinum. Orðstýrarin Beinta Løwe Jacobsen dugdi kortini sera væl at halda teimum í oyrunum og setti fleiri naskar spurningar.

Ì samband við høvuðsuppgávu sína við Københavns Universitet fer Hallbera Fríða West at leggja fram úrslit og niðurstøður frá hesi uppgávu um demokrati og medborgaraskap í Føroyum.

Eidesgaard tosar um at gera serlig satsningsøki, sum hann málbar seg á fundinum, og nevndi vinnugransking sum eitt dømi. So kann tó spurnartekin setast við, hvussu so skal vera við aðrari gransking. Hvat við eitt nú samfelagsligari gransking? Tað er somuleiðis spell, at Føroyar ikki eru meira við í einum altjóða granskingarumhvørvi. Tað er óivað torført at fáa góðar avtalur við ES, men tað er gjørligt at vera við í granskingarumhvørvinum í nógv størri mun enn í løtuni. Ein treyt er kortini, at føroyski granskarin hevur nakað av peningi í rygginum - her haltar álvarsliga.

Framløgan fer at snúgva seg um, hvønn týdning støðan hjá borgaranum hevur fyri eitt nýmótans demokratiskt samfelag. Ì hesum sambandi verða úrslit frá einari Gallup kanning í Føroyum løgd fram. 500 føroyingar vóru í juni 2004 spurdir ymiskar spurningar viðvíkjandi fýra evnum: politiskum áhuga, demokratiskari luttøku, politiskum áliti og demokratiskum samleika. Tað áhugaverda við kanningini er, at ein sonevnd medborgaraskapskanning ikki fyrr er gjørd í Føroyum. Í eitt nú Danmark, Noregi og Svøríki verða tílíkar Hallbera West kanningar gjørdar javnan. Úrslitini frá føroysku kanningini verða tí samanborin við úrslit frá líknandi kanningum í hesum trimum londum. Talan er sostatt um nýtt tilfar viðvíkjandi einum so týdningarmiklum evni sum støðuni hjá borgaranum í føroyska samfelagnum.

Framløga av høvuðsuppgávu í stjørnmálafrøði á Københavns Universitet hjá Hallberu West verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fríggjakvøldið 15. apríl. Eftir framløguna spælir Høgni Lisberg kafétónleik.

14

fjølnir

NOV. 2004

NOV. 2004

fjølnir

11


Hólmgongan millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard Sonja J. Jógvansdóttir

nú at vita, at Eidesgaard og breiða samgongan hava ætlanir um at sita í átta ár.

Tað var í einum fullsettum Føroyahúsi í Keypmannahavn, at Løgmaður og andstøðuleiðarin vóru í hólmgongu í desember mánaði.

Formaðurin í MFS bjóðar, vegna fyrireikarunum, vælkomnum

Tað lekur millum teori og praksis Hólmgonga: Eidesgaard ætlar sær 8 ár, Hoydal tosar um fullveldið sum neyðuga stigið – kendir tónar vóru at hoyra í hólmgonguni millum Eidesgaard og Hoydal, sum báðir duga frálíka væl at røða

mánaði. Tað var forrestin Jóannes Eidesgaard, sum segði hetta í samband við sína egnu samgongu, og at hon er nakað tung at dansa við, tá tað snýr seg um etiskar spurningar. Sum eini gomul hjún sótu Eidesgaard og Hoydal og royndu at geva hvør øðrum neps, men sum tað eisini tykist ótilvitað at lýsa í gjøgnum, so vildu teir fegnir verið samgongu saman, men soleiðis hevur tað ikki borið til. Oddamennirnir í føroyskum politikki komu rættiliga í essið sum hólmgongan leið, og áhoyrarin fekk eitt

»Fært tú ikki tann tú elskar, so mást tú elska tann tú fært...« hesi orðini sita rættiliga greitt eftir í minninum eftir hólmgonguna hjá MFS millum Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal í Føroyahúsinum, sum MFS skipaði fyri í desember

12

fjølnir

NOV. 2004

Skúlamál Annars kom ikki serliga nógv nýtt fram undir kjakinum. Fyrsta mál á skránni var útbúgving og gransking. Á hesum økinum tykist hvørgin at verða tann stóri hugsjónarpolitikarin, hóast teir sjálvandi royna at standa fram sum slíkir. Báðir løgdu dent á, hvussu gott tað er, at føroyingar fara út í heim at útbúgva seg, at Føroyar skulu hava serfrøði á nøkrum fáum økjum. Tær stóru ætlanirnar eru kortini ringar at hóma. Hjá báðum pørtum tykist vera ein álvarsamur leki í millum teori og praksis.

»Við tí søgu og altjóðagerð sum hendir, er umráðandi at Føroyar ikki byrgja seg inni, men lata seg upp, bjóða av. Fólkatilfeingið er tað týdningarmiklasta vit hava, men tað eru avmarkingar í Føroyum á granskingarøkinum« Jóannes Eidesgaard um útbúgving og gransking

Játtanir lækkaðar Eidesgaard og samgongan sum heild tosa um gransking sum vegin fram; »Málið er at skapa eitt felags granskingarumhvørvi, har vísindi og vinnuáhugamál skapa nýggj virði...« sigur samgonguskjalið. Hetta hevur tó ikki forðað samgonguni hjá Eidesgaard í at skerja játtanina til gransking. Tá Eidesgaard var spurdur um hetta av orðstýraranum, so royndi hann at standa fram sum ein, sum veruliga hugsar um altjóðagerðingina. Hann er leiðarin, sum skal standa fyri, at gransking verður samskipað, var eitt av teknunum, sum hann sendi. Tað er bara torført at fáa hesi tekin at sameinast við, at játtanir til útbúgvingarøkið á hægsta stigi og serstakliga gransking ikki er hægri enn í løtuni. Játtanir til eitt nú Fróðskaparsetrið,Granskingarr áðið og aðrar stovnar, sum fáast við gransking á høgum støði, eru ein háðan. Tað er heldur eingin yvirskipaður granskingarpolitikkur í Føroyum í løtuni. Peningur frá vinnutólum Hoydal royndi at standa fram sum persónurin við ætlanunum og hvussu peningur skal fáast til vega. Eitt nú skal peningur, sum í dag er bundin í

NOV. 2004

fjølnir

13

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 1 - Mars 2005  

Fjølnir - Árgangur 21 - Nr. 1 - Mars 2005

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you