Page 1

MFS

Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København

Árgangur 19, Nr 3 Des. 2003

Meginfelag Føroyskra Studenta, Vesterbrogade 17 A 1620 KBH V

Húsakórinum tørvar mannsrøddir Húsakórið, sum er kór føroyinga í Keypmannahavn, hevur brúk fyri bassum og tenorum beinanvegin. Kórið hevur stórar ætlanir í hesum sangárinum, m.a. eina konsertferð til Føroya á heysti 2004. Til hesa ferð venur kórið fosturlands- norðurlendskar og aðrar altjóða sangir eins væl og nýggjari og eldri klassisk tónastykki. Seinni verður farið undir eitt verk, sum í løtuni verður skrivað og skal frumframførast í Norðurlandahúsinum. Kórið syngur ofta til samkomur og kirkjukonsertir og hevur sum fastan tátt at luttaka í stóru norðurlendsku jólakonsertini í Helligånds Kirken. Tað hevur ikki so stóran týdning, um tú ikki hevur sungið við kóri áður ella kanska ikki er so stinnur í nótalesing. Tað, ið er mest umráðandi, er, at tú hevur hug at syngja og møtir upp stundisliga til sangvenjingina, sum er týskvøld fra 19.00-22.00 á fyrstu hædd í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv. Kórleiðari er Tórður á Brúnni. Um tú vilt vita meira, kanst tú seta teg í samband við Astrid Viderø, forkvinnu, tlf. 39 69 30 96 ella skrivaran, Dianu Gilstón, tlf. 24 47 83 23. Eisini ber til at møta í sanghølunum komandi týskvøld klokkan 19.00. Vælkomin

Blaðið hesuferð snýr seg m.a. um lestarmynstrið hjá føroyingum, sum lesa uttanlanda Vit hava tosað við lesandi føroyingar í Danmark og í øðrum londum. Kvota tvey tykist av álvara at syngja uppá seinasta vers Lesandi føroyingur hevur fingið persónligt bræv frá danska undirvísingarmálaráðharranum Fjølnir ynskir øllum lesarnum eini góð og hugnalig jól og eitt gott nýttár

Væleydnað lestrarstevna Á hesum myndum síggja vit nøkur av teimun, sum vóru við til at samskipa og halda fyrilestur á l e s t r a r s t e v n u n i í Norðurlandshúsinum

í byrjanini av desember. Uttast frá vinstru Randi Øverland, rektor úr Noreg, Holger Arnbjerg og nakrir av luttakarnum.

London bjóðar á spennandi fund seinast í januar 2004 Føroyingar í London fara í januar at halda eina lestrastervnu um, hvussu tað er at lesa í Onglandi. Les meira inni í blaðnum. Leysasøla kr. 15,-


Fjølnir nr.3, des

Fjølnir nr.3, des

 U p p s l a g s t a l v a n 

Oddagrein

Roynið onnur lond

Jústinus Johannesen, blaðstjóri skrivar Í hesi útgávuni av Fjølnir hava vit avgjørt, at seta hyggja nærri útbúgvingarmynstrinum hjá lesandi føroyingum. Nógv er sum bendir á, at mynstrið verður tað sama. Nógv tann stórsti parturin fer eisini framyvir, at velja Danmark, sum lestrarland. Tað er sjálvsagt einki galið í, at koma niður á flatlond, at fáa sær eina útbúgving, men tann stóri spurningurin er, um hetta eisini er tað, sum tænir føroyska samfelagnum best. Føroyar fáa fleiri og fleiri samstarvsfelagar runt um í

heiminum, sum vit skulu samskifta við, samstundis, sum vit eisini helst skulu hava eitt stórri og betur útboð av vørum og tænastum frá nær og fjarð. Hetta hevur sitandi samgonga fingið eyguni upp fyri, og vil hon tí fegin, at tey ungu velja onnur lond enn Danmark og tey enskt talandi londini, tá tey byrja at lesa. Hetta er eitt frálíkt hugskot, men sum við øllum ørðum, so kostar hetta eisini pengar. Spurningurin verður tí um vit fáa eina samgongu eftir valið tann 20 . januar 2004, sum hevur somu hugsjón á hesum økið.

Húsakórið

Verður henda ætlanin, um at fáa føroyingar at velja onnur lond enn tey ”traditionellu”, tá farast skal í gongd við hægri lesnað løgd í skuffuna, er tað bæði synd og skomm fyri tey lesandi og samfelagið. Blaðstjórin

Mfs-Skrivstovan Mfs– skrivstovan í Keypmannahavn er stongd um jólini. Hon letur upp aftur mikudagin5. januar 2004.

Vælkomin



Húsakórið er eitt av feløgunum í Føroyahúsinum, og telur tað umleið 40 fólk. Dirigentur er Tórður á Brúnni, og leggur kórið dent á at syngja nógvan, góðan føroyskan tónleik, men eisini útlendskan tónleik, sum fólki dámar. Húsakórið venur í løtuni týskvøld frá 19:00 til 22:00. Meiri fæst at vita við at leita sær inn á heimasíðuna hjá kórinum: www.husakorid.dk

Hevur tú hoyrt um GFSL?

Fótatraðk

GFSL er stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, og er talan um ein grunn undir MFS.

Útvarp Føroya í Ráðið 2002

Danmarks Radio

Endamálið við grunninum er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrartýðandi ferðing frá MFS.

Hvørt leygarkvøld kl. 19.00 - 19.30 er føroysk tíðinda-sending á Danmark Radio AM 1062. Sendingin er ein samandráttur av tíðindasendingum gjøgnum farnu viku í ÚF.

Tað er MFS-ráðið, ið hevur viðgerðina av innkomnum umsóknum um hendi, og metir ráðið í hvørjum einstøkum føri um, hvørt galdandi reglur verða loknar. Fyri at hava rætt til stuðul, er m.a. neyðugt at lata MFS avrit av uppgávuni, ið gjørd varð í samband við ferðina ella í øðrum føri grein til Fjølnir. Eisini skal váttan frá lærustovninum um, at ferðin var liður í uppgávuskrivingini, latast felagnum.

Lýsingar kunna fáast í, við at venda sær til Útvarp Føroya tlf.: + 298 31 6566

Hevur tú áhuga fyri føroyskum dansi, so eru ráð fyri tíð. Fótatraðk er føroyskt dansifelag í Keypmannahavn, sum venur annanhvønn sunnudag á loftinum í Føroyahúsinum. Dansað verður í líka vikum.

Hvørjar treytir annars skulu lúkast sæst á umsóknarblaðnum, sum fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá MFS í Keypmannahavn. Eisini ber til at lesa reglugerðina hjá GFSL á www.mfs.fo

 !! Sig okkum frá, um tú ella tit skipa fyri tiltaki, !! 2

15


Fjølnir nr.3, des

Fjølnir nr.3, des

Temadagur í London

Innihaldsyvirlit

Hvussu er at lesa í Bretlandi Føroysk lesandi í Bretlandi ætla - í samstarvi við sendistovu Føroya í London at skipa fyri einum temadegi í London tann 24. januar 2004. Dagurin fer at snúgva seg um, hvussu tað er at lesa og vera búsitandi í Bretlandi, og hvussu arbeiðsmarknaðurin og arbeiðsmøguleikarnir eru í Bretlandi eftir loknan lesnað. Hesin parturin av degnum verður bert fyri teimum ungu

og lesandi í Bretlandi. Temadagurin fyri teimum lesandi skal vera fyrsti parturin av einari hugnaløtu fyri allar føroyingar í Bretlandi - ung sum gomul. Seinni um dagin er ætlanin, at allir føroyingar í Bretlandi verða bjóðaðir at síggja filmin "Barbara" í einum nærhendis biografi. Aftaná filmin er ætlanin so at fara á eina matstovu ella í leigað høli.

Mfs hevur hevur eftir ynski frá fyrireikarunum í London, avgjørt at hava eitt umboð við á hesum fundi. Mfs fer allarhelst at luttaka við framløgum eins og møgulleiki verður hjá fólki at seta spurningar til Mfs– umboðið. Við hesum vónar Mfs at kunna verða við til at skapa samband við føroysk lesandi í Bretlandi.

Manglar tær onkran at venda tær til, tá tú hevur eitthvørt uppá hjartað? Send ein e-post til mfs@mfs.fo

Ferðaískoyti Um tú byrjaði at lesa um várið, skalt tú minnast at søkja um ferðaískoyti frá Stuðulsstovninum.

 

Freistin er 31. des. 2003. Umsóknarbløð og vegleiðing kann printast út frá heimasíðuni hjá Stuðulsstovninum.

Mfs ynskir øllum limum sínum góðan lestrarhug og góða eydnu við próvtøkunum!

www.studulsstovnurin.fo/ ferdastudul/ferd.htm

FJØLNIR des. 03

Gleðilig jól og gott nýggjár! 

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK-1620 København V tlf. 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo

Blaðið verður sent øllum limum hjá MFS. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til

14 14

Samrøða við Ragnar Johannesen Jústinus Johannesen Føroyingar eiga at velja meiri fjølbroytt lestrarstøð Jústinus Johannesen

4

5

Úr Århus til London at lesa Jóhan Pauli Helgason

6

Kvota 2 fer í gloymibókina Jústinus Johannesen

7

Bræv til Ullu Tørnæs, undirvísingarmálaráðharra

7

Svarið frá Ullu Tørnæs

8

Nýtt lógaruppskot um SU til foreldur 8 Jústinus Johannesen Politiskur valfundur Jústinus Johannesen

9

Samrøða við Hallu Poulsen Jústinus Johannesen

10

Robert Gordon University Jústinus Johannesen

11

eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr. 100,-. Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Opið mikudag og fríggjadag kl. 16–18. Århus: Opið týsdag kl. 16-18. Bústaðurin er: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C. tlf. 26 74 83 21

Blaðstjórn Justinus Johannesen, blaðstjóri Katrin D. Apol Helena Højgaard Jóhan Pauli Helgason Øll e ru blaðbólkin.

vælkomin

í

Prent MFS í Keypmannahavn. Prentað 2003 Evstamark Tilfar til komandi blað skal vera blaðstjóranum í hendi í seinasta lagi 12. feb. 2004. Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

3


Fjølnir nr.3, des

Fjølnir nr.3, des

Havi ikki angrað, at eg valdi Ongland Justinus Johannesen Alsamt fleiri ungir føroyingar velja at byrja hægri lesnað uttanfyri donsku landamørkini. Fjølnir hevur hitt 27ára gamla Ragnar Johannesen úr Havn, sum í løtuni starvast á heimsumfatandi akvokatfyritøkuni, Herbert Smith, í London. Fyritøkan hevur annars skrivstovur,í Bejing, Bruxelles, Moskva og fleiri aðra staðni runt um á Klótini. -Eg valdi at fara til Onglands at lesa av tí, at eg búðleikaðist í landinum í gott og væl eitt ár sum smádrongur, mær dámdi væl, og vildi tí eisini fegin royna, hvussu útbúgvingar støði var í Stóra Bretlandi tá talanin er um hægri útbúgvingar. Eg kundi sjálvandi byrjað at lisið jura í Danmark eftir at eg var liðgur í Hoydølum, men hugurin stóð til Onglands. Og lat meg siga tað beinanvegin, at eg havi ikki angrað hesa avgerð á nøkrum sinni. Væl móttikin Sjálvur havi eg fingið eina heilt aðra barlast í gerandisdegnum enn, um eg var byrjaður at lesa á einum donskum universiteti. Eg havi lært at skriva og tosa enskt feilfrítt, eg havi verið noyddur at klára meg millum bretar, tí eingir føroyingar vórðu, sum eg kundi verða saman vid í Oxford ella Cambrigde, og harafturat havi eg eisini funni útav, at bretsk lesandi taka væl ímóti einum, tá tú kemur til teirra land at lesa. Og nú eg eri byrjaður at arbeiða sum advokatur, er støðan tann sama.

Trý til fýra ár Ragnar Johannesen sigur, at í Bretlandi lesa tey flestu eini trý til fýra ár, og fara síðani út á arbeiðmarknaðin. Seks til sjey ára lestur, sum vit kenna tað í Danmark og aðrastaðni frá, er ikki vanligt í Bretlandi. Hann leggur aftrat, at bretar skulu sjálvir gjalda einar 15.000 krónur um árið fyri lesnaðin, meðan lesandi úr EU-londinum lesa ókeypis og fáa samstundis lestrarískoytið, sum vit kenna tað frá SU.

Onglands ella Skotlands, men at tað bleiv so fjarskotið sum Ný Sæland, var mest sum av tilvild. Ein av mínum vinum kom við uppskotinum, og eg helt sjálvur at tað ljóðaði spennandi, so eg fór mær á alnótina at leita eftir upplýsingum. Hann fann skjótt fram til nøkur universtitet, sum høvdu ta útbúgvingina, hann kundi hugsa sær. Eg sendi eina umsókn, og so var bólturin farin á rull. Orsøkin til at tað júst bleiv í Wellington er, at hetta universitetið byrjar undirvísingina seint á heysti, meðan øll Ymisk krøv hini byrjað í juli og tí var mítt Í Onglandi eru umleið 105 skoðbrá ov stutt. universitetir, og tað er langt frá øll, sum eru almenn. Tí kann Kenna ikki Føroyar tað verða stórur munur á, hvørji Andrias Andreasen sigur, at tey krøv verða sett til tey lesandi. Í sum búgva á sama næmingeinkultum førum kunnu tey aheimið, har hann býr hava tað krevja 10 í miðal fyri at sleppa til felags, at tey eru øll komin at lesa til djóralækna, meðan til Wellington fyri at lesa, og tí eitt annað universitet krevur er áhugin stórur fyri, at læra kanska eitt áttatal í miðal. Tí er hvønn annan at kenna. Men tad sera umráðandi, at tú ongin teirra hevur hóming av kannar allar møguelikar væl og hvar Føroyar liggja. Tey flestu virðiliga, áðrenn tú sendir tína rista við høvdinum. Bert ein av umsókn avstað. teimum, eg búgvi saman við hevur hoyrt um okkara oyggjar, Ný Sæland og hann er føddur í Hetlandi. Ein annar føroyingur, sum hevur valt at lesa í einum Góð hjálp fremmandum landi, er 27 ára Andreas Andreasen letur væl at gamli havnarmaðurin Andreas tí hjálp, hann hevur fingið frá Andreasen, sum er farin so langt Altjóða Skrivstovuni í Føroyum, sum til Ný Sælands fyri at lesa á sum hevur veitt honum stóra universitetinum í Wellington tey hjálp á tí fíggjarliga økinum. næstu trý árini. Andreas Tað kostar umleið 60.000 krónur Andreasen fer at lesa um árið at lesa í Ný Sælandi, og kunningartøkni. Eg hevði brúk tað verður goldið av ÚSUN. fyri at koma burtur úr Føroyum, Umframt hesa upphædd, fær og hugurin stóð ikki til lesna í hann eisini vanligan SU-stuðul. Danmark, tí eg vildi fegin royna Andreas Andreasen byrjaði annað enn at verða saman við lesnaðin tann 17. november. føroyingum, sum er eykennið fyri teir flestu landsmennirnar, sum lesa í Danmark. Fyrst hugsaði eg um, at fara til

4

13


Fjølnir nr.3, des

Fjølnir nr.3, des

Anita á Fríðrismørk:

Lesandi føroyingar eiga at velja lestrarlond kring alla klótina Møguleiki fyri ókeypis málskeiðið skal fáa fleiri, at velja onnur lond enn Danmark og tey enskt talandi londini, tá tey velja lesnaðarstað

Justinus Johannesen

Væleydnað vígsla Her eru nakrar myndir frá vígsluni av Norðuratlalantisku Bryggjuni. Ikki færri enn 10.000 fólk nýttu høvið at síggja hetta valahús umframt at síggja og hoyra norðurlendskan tónleik og list av alskyns slag.

Nevndin, sum hevur staðið fyri hesum stóra tiltakið, hevur ætlanir um at fara undir onnur stór projekt, eitt nú eitt norðurlendskt kollegium. Hetta fara vit at hoyra nærri um seinni.

12

Liggur avgerðin í hondunum á landsstýriskvinnuni í mentamálum, Annitu á Fríðriksmørk, skulu føroyingar, sum velja onnur enn Danmark og tey enskt talandi londini at útbúgva seg í, at fáa eitt ókeypis málskeið áðrenn tey fara undir sjálva útbúgvingina. - Men júst nú meðan politiska støðan er so ógreið, veit eg ikki, um eg skal tora at veita trygd fyri, at málskeiðið fær tann neyðuga fíggjarliga stuðulin úr landskassanum Hon leggur afturat, at vit hava brúk fyri fleiri ungum, sum útbúgva seg aðra staðni enn í Danmark og teimum enskt talandi londunum. Men tann størsta forðingin fyri, at ung lesandi, sum ætla sær undir hægri útbúgving velja onnur lond enn Danmark og tey enskt talandi londini, er tann málsligi trupulleikin. Nógv setast aftur, tí tey eru ótrygg við onnur mál enn danskt og enskt, og hetta skal málskeiðið verða við til at bøta um, sigur Anita á Fríðrismørk.

Vit hava brúk fyri fleiri lesandi í øðrum londum enn Danmark, sigur Anita á Fríðrismørk

Skilagóða samanseting Í dag er umleið 93 prosent af teimum lesandi føroyingunum í ferð við eina útbúgving í Danmark ella onkrum enskt talandi landi. Onkur einstøk hava tó valt lond sum Cuba, Ný Sæland, Spaniu, Italiu, Kina, Fraklandi og Týskland. Anita á Fríðriksmørk sigur, at hon heldur tað vera sera umráðandi, at føroyingar velja so fjølbroytt lond sum gjørligt til teirra útbúgvingar. Hetta førir millum annað til tað neyðuga fjølbroytnið, sum tryggjar eina skilagóða samanseting av teimum ymsu útbúgvingunum. Hon leggur afturat, at føroyingar í dag samskifta við hópin av ymsum londum, og at tað tí avgjørt er ein styrki, at vit eiga útbúgvið fólk, ið kenna til mentanina og málið í teimum londum, vit samskifta við.

Onga jólagávu At núverandi landsstýrið hevur raðfest útbúgvingar uttanfyri norðurlond sera høgt, sæst við at Altjóða Skrivstovan er sett á stovn, og at ÚSUN er hækkað úr 60.000 til 120.000 krónur um árið fyri hvønn næming. Anita á Fríðrismørk sigur seg tó ikki hava nakað í posanum til at betra lestrarviðurskiftini hjá temum lesandi í Føroyum, sum hava børn. Ì mun til eitt nú lesandi í Danmark, eru einstaklingar og familjur við børnum, sum eru í gond við eina útbúgving sera illa fyri í Føroyum. Í løtuni eru umleið 1600 føroyingar undir víðari útbúgving.

5


Fjølnir nr.3, des

Fleiri fara til Skotlands!

Úr Árhus til London

Samrøða við Andras Olsen um at skifta lestrarland

Jóhan Pauli Helgason Aftaná at hava lisið í eini tvey, ella kanska bara eitt ár, munu tað vera fleiri av okkum lesandi í Danmark, sum koma í tankar um ÚSUN játtanina ið er hækkað til 120.000 til hvønn einstakan, sum velur at lesa aðrastaðni enn í norðurlondum. At vita sær, at heimurin nú liggur enn opnari enn áður, kann fáa ein at hugsa um hví man í roynd og veru valdi at lesa í Danmark av fyrstani tíð, og/ ella hví man ikki fær tikið seg saman at kanna møguleikar fyri at taka t.d. yvirbygningin aðrastaðni. Danmark hevur nógvar góðar útbúgvingar, men universitetini eru so nógv í tali, at tað næstan altíð er møguligt at finna eina útbúgving aðrastaðni sum er minst líka góð ella betri enn í Danmark. Harafturat er tað ein góður møguleiki at menna seg málsliga og fáa nakrar mentunnarligar upplivingar við heim í baggaguni. Um ein fær hug at skifta lesistað, er týdningarmikið at vera kritiskur tá skúlin skal veljast, serstakliga tá hugsað verður um onnur ES-lond. Universitetini fáa nógv fleiri pengar burturúr okkum ikki Esborgarum og eru vit tí attraktivir studentar hjá teimum. Vit kunnu also í stóran mun loyva okkum at velja og vraka millum skúlarnar í Evropa, ein framíhjárættur onnur ikki hava. Tí má ein eisini gera sær greitt at skúlin, sum ætlanin er at fara á, veruliga er ein góður skúli. Andras Olsen (25 ár, trombonspælari) er ein av teimum, sum byrjaði á konservatorinum í Århus. Men eftir tvey ár, og eftir at hava hoyrt um ÚSUN, valdi hann at søkja inn á Royal Academy of Music í London, ein skúli hann leingi hevði droymt um at komið á. Har gjørdi hann tónleika-

útbúgvingina lidna. Spurdur um hví hann valdi at lesa í Danmark av fyrstani tíð sigur Andras: “Manglandi vitan og upplýsing um lestrarmøguleikar aðrastaðni, umframt tær fíggjarligu umstøðurnar, gjørdu at eg fór til Danmarkar, tað var tað nemmasta. Tá visti eg heldur ikki um ÚSUN, hóast upphæddin var munandi lægri enn hon er í dag.” Tað var ikki orsakað av trivnaðaráðum at Andras gjørdi av at flyta til London, hann treivst sera væl bæði persónliga og fakliga, serliga fyrsta árið, tá alt var nýtt og avbjóðandi innan fakið. Hví valdi tú so at útbúggva teg lidnan í London?: “Eftir tveimum árum var eg blivin troyttur av staðnum og læraranum, so eg mátti sleppa aðrastaðni. Fakliga var tað heldur ongin avbjóðing at heinta í Århus eftir eina tíð. Eg sá, at um eg var verandi har, fór eg at fella í eina grøv sum var alt ov trygg og alt ov lítid avbjóðandi ella mennandi fyri meg” Eftir at hava verið ein túr í London, har hann hitti ein lærara og annars vitjaði býin, gjørdi Andras av at søkja inn á skúlan og kom inn. Hvat hevur tú fingi burturúr at lesa í London, hvør var munurin?: “Størsti munurin var støddin á skúlunum. Í Århus vóru umleið 120 lesandi meðan vit í London vóru umleið 600, og tá er Royal Academy of Music í London bara ein av 4 øðrum eins stórum skúlum í býnum. So avbjóðingin og kappingin var nógv størri har. Eg var eisini noyddur at læra meg at føra meg fram einsamallur, og tað ger at man ikki tekur nakað fyri givið og vónar at alt man fara at laga seg. Um man vil nakað í London, so skal man eisini gera ein insats og arbeiða fyri tí. Eisini møtti eg sera

Fjølnir nr.3, des

Her arbeiða vinnulívið og universitetini tætt saman við góðum úrslitum nógvum nýggjum og spennandi fólki í London. RAM er ein skúli við 41 ymiskum tjóðskapum (harímillum Føroyar) og tað ger, at ein fær samband við allan heimin. Í dag havi eg kenningar í m.a. Argentina, USA, Kina, Hong Kong umframt nógvastaðni í Evropa. Hetta hevði eg ikki fingið í Danmark, har tað bert vóru 5 tjóðir umboðar (Føroyar íroknað).”

Justinus Johannesen

Bretlandi, er tað bert eitt universitet, sum kan breggja Seinastu árini hava alsamt fleiri sær av betri hagtølum á hesum føroyingar valt at fara til økinum enn Robert Gordon. Skotlands at lesa. Serliga hava útbúgvingarnar innan oljuvinnu Barlast og búðskaparfrøði haft stóran Okkara tætta samband við áhuga. Tað skrivar Sosialurin. vinnulívið gevur góð úrslit. Vit Á útbúgvingarstevnuni, sum var í halda, at tey lesandi fáa eina Norðurlandahúsinum í byrjanini góða barlast hjá okkum, og vit av desember, segði Stuart fyrireika tey væl til stóru Rennie frá Robert Gordon avbjóðingarnar, sum bíða Universitetinum í Aberdeen, at teimum í vinnuni tá lestartíðin hann metti tað verða sera týdningarmikið, at føroyingar hyggja eitt sindur longri enn bara til Danmarkar. Tað er av stórum týdningi fyri arbeiðsmegina í einum landi, at hon er so fjølbroytt, sum yvirhøvur gjørligt, segði hann millum annað. Á okkara universitetið halda vit, at vit eiga nógv spennandi at bjóða lestraráhugaðum føroyingum. Eg kann millum annað nevna verkfrøðið, design, teldufrøðið og búðskaparfrøðið, legði hann aftrat.

Ert tú glaður fyri tína avgerð?: ”JA! Fyrst og fremst tá ið tað kemur til tað fakliga, og so tað sum ein lærir av at koma í samband við fólk frá so nógvum ymiskum mentanum. Eg vildi fyri alt í verðini ikki verið tað fyri uttan. London er eisini ein feitur býur, sera spennandi mentannarliga og søguliga eisini.” Hevur tú nøkur ráð tú kundi hugsað tær at givið teimum sum umhugsa at fara aðrastaðni? ”Eg kann í øllum førum mæla fólki til at lesa í Onglandi. Ein lærir sera nógv av at vera einsamallur millum nógv nýggj fólk og ikki minst er tað sera gevandi at uppliva aðrar mentanir og fólk. Men ein má velja stað og skúla alt eftir tí fakliga fyrst og fremst, man fer jú at lesa fyri at fáa eina útbúgving.”

er liðug, segði Stuart Rennie. Robert Gordon universitetið samstarvaði fyri nøkrum árum síðani við Fróðskaparsetur Føroya. Í dag hava teir eitt ávist samastarv við Føroya Handilsskúla, og teir vilja fegnir samstarva við fleiri føroyskar útbúgvingarstovnar.

Góðir møguleikar Skotska universitetið arbeiður tætt saman við vinnulívinum í Aberdeen. Tað vanliga er, at tey lesandi starvast eitt ár av lestrartíðini í vinnulívinum. Samstarvið millum vinnulívið og universitetið gevur eisini góð úrslit. Sambært hagtølum fáa tilsamans 86 prosent av teimun lesandi á Robert Gordon Universitetinum starv, tá tey eru liðug við útbúgvingina. Universitetið er rættuliga errið av hesum hagtølum. Sammett við onnur universitet í Stóra 6

11


Fjølnir nr.3, des

Halla Nolsøe Poulsen

Kvota 2 fer í gloymibókina

Hevði eg kunna valt lestrarland í dag -

Justinus Johannesen

var tað ikki Danmark Justinus Johannesen

Halla Nolsøe Poulsen hevur lisið stjórnaðarmálafrøði við Keypmannahavns Universitet í fimm og eitt hálvt ár. Eg valdi at lesa í Keypmannahavn, tí eg hevði fleir góð vinfólk, sum búðu í høvuðsstaðnum samstundis, sum eg eisini var komin í tíðarneyð við at gera nakað kannandi arbeiðið um møguleikarnar fyri, at finna eitt universitet til dømis í einum enskt talandi landið. Eg kom heim til Føroyar í april mánað eftir eina fjakkaraferð, og tí skuldi tað ganga skjótt fyri seg, um eg skuldi hava møguleika fyri at byrja lesna, eftir summarferiuna. Tí valdi eg Keypmannahavn. Eftir at hava verið í praktik í USA í et hálvt ár, havi eg fingið eitt nógv betri yvirlit yvir, hvussu nógv annarleiðis lesnaðurin er uppbygdur og

skrúvaður saman eitt nú í Ameriku. Hevði eg haft møguleika at valt umaftur, so hevði eg farið til eitt annað land enn Danmark, sigur Halla Nolsøe Poulsen. Allir í Danmark Ì løtuni verða teir flestu føroyingarnir, sum lesa stjórnarmálafrøði útbúnir frá donskum lærustovnum. Tí verður útbúgvingarmynstri tað sama hjá teimun øllum somlum. Høvdu teir valt onnur lond til lesnaðin, so var møguleiki fyri eini øðrvísi útbúgving, sum kanska eisini kundi verið við til, at hjálpt teimum skjótari til eitt starv. Ì løtini lesa vit øll tað sama, og tí verður kappingin munandi harðari. Góða hjálp Halla Nolsøe Poulsen sigur, at við teimun møguleikum, føroyingar hava í løtuni fyri at fáa vegleiðing til lestrahjálp eiga

Fjølnir nr.3, des

tey, sum ætla sær undir hægri lesnað, at gera brúk av øllum temum mongu tilboðunum í øðrum londum, og ikki bara blint velja, at fara undir lesnað í Danmark, tí her búgva vinfólkini, og samstundis kannst tú nærmast klára allan lesnaðan uttan at blanda teg serliga nógv í tað samfelagið, tú hevur valt at búgva í. Soleiðis var tað eisini hjá mær í byrjanini, men jú longur eg eri komin í lesnaðinum jú, meiri komið eg saman við teimum dønum, ið eg lesi saman við. Halla Nolsøe Poulsen vónar ikki, at ein møgulig nýggj samgonga fer at skera niður uppá tann játtaða stuðulin til teir føroysku stovnarnar, sum geva ráð og veleiðing til tey lesandi. Hon metir avgjørt, at teir eru til stóra gleði og gagn fyri lesandi føroyingar og til teirra, ið ætla at fara undir hægri lesnað.

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-

Tann sonevnda Kvota 2, sum skuldi hjálpa fólki, ið hava verið burturi frá bókunum í eina tíð til at koma inn á hægri lestrarstovnar syngur, eftir øllum at døma, uppá seinasta vers. Kvota 2 stóð longu fyri skotum frá Katrin núverandi donsku stjórnini í fjør, og stendur tað til meirilutan á Christiansborg, skal Kvota 2 avskaffast skjótast gjørligt. Hetta fyribrigdi hevur ført við sær, at fólk, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum ella ferðast kring knøttin, hava fingið sínar royndir

við, tá søkt hevur verið til lesnað, har avmarkingar hava verið, ella tá karakterurin á próvtøkupapírinum ikki hevur verið góður nokk til at tey kundi koma beinleiðis inn á lestrarstovnin. Ikki samd -Eg haldi, at stjórnin ímyndaðar Sigmund sær, at útbúgvingarnar blíva betri uttan Kvotu 2, men her eri eg slettis ikki samd. Persónliga haldi eg tað verða eitt vánaligt hugskot at kvala Kvotu 2, tí tær royndir, sum hesi hava við sær á skúlabonkin, skullu hini út og fáa sær, tá lesnaðurin er lokin. Hví

skullu vit ikki hava lesandi av báðum sløgum, spyr Nina Krag frá Sjúkrasystra, fysioterapeut og ergoterapeutskúlanum á Vestursjællandi. Fallandi Hon sigur, at tað longu kann m e r k j a s t , a t l u t Katrin t Katrin økan til útbúgvingarnar í teirra økji er fallandi, tí tey ungu vilja fegin inn til stórbýin at lesa, og tí dugi eg illa at ímynda mær, hvat fer at henda tann dagin Kvota 2 er heilt horvin, sigur hon.

Føroyskur lesandi sendið bræv til Ullu Tørnæs,

har hann fíltis á uppskot um hækkan av lestrarstuðli til einligar uppihaldarar Ulla svaraði... Í samband við uppskot í Fólktinginum um hækkan av lestrarstuðli til einlig lesandi, skrivaði eitt føroyskt lesandi foreldrapar, ið her ikki ynskir verða nevnt við navnið, herfyri eitt bræv til Ullu Tørnæs, undirvísingarmálaráðharra. Hetta bræv fáa vit av ymsum orsøkum ikki endurgivið her. Fyri at tó geva lesaranum eina fatan av hvat stóð í hesum brævi, kann sigast, at brævið í høvuðsheitum var ein samanbering av fíggjarligu støðuni hjá lesandi einligum foreldrum og lesandi foreldrum, sum liva sum pør. Somu fólk skrivaðu eitt líknandi bræv til Mfs, og hesum úr hesum brævið endurgeva vit her nøkur brot. Tó skal viðmerkjast at orðavalið í brævinum, sum sent var til Mfs og orðavalið í brævinum til undirvísingarmálaráðharran av skilligum orsøkum er ymiskt, men samanumtikið var boðskapurin, nevnliga at fíggjarstøðan hjá einligum foreldrum, ið liva av SU, ikki kann sigast vera verri enn støðan hjá foreldrapørum, sum

- So hvussu tit (red. Mfs ) kunnu somuleiðis liva av SU. Niðanfyri eru endurgivin brot úr taka undir við, at einligar mammur skulu hava nógv fleiri pengar um brævinum til Mfs. hendi enn tveir uppihaldarar (tvey - Tveir lesandi uppihaldarar at vaksin at føða, keypa klæðir, einum barni fáa umleið 10.500 um bøkur o.s.v. til) dugi eg á ongan mánan við øllum. Ein einlig mamma hátt skilja? fær í dag umleið 9.200 við øllum Eg dugi væl at síggja, at tær mugu aftaná skatt! Altso, fær ein hava meir av peningi, um tær einligur uppihaldari bara 1.300 skulu liva gott og verða førar fyri krónur minni um mánan enn tveir at geva børnunum tað teimum uppihaldarar, ið búgva saman eins tørvar. Men eg haldi absolut ikki at man kann ”selja” uppihaldarar, ið og hjúnafelagar við einum barni. ikki eru einligir uppá hendan - So hugsa tey flestu nokk? ”Men tit mátan. Vit skulu tildømis av við eru tvey og tíðskil kann annar fáa 10.000 krónur til bøkur, um tann sær eitt arbeiði” Tað havi eg roynt einliga mamman skal av við 5.000 í tvey ár, og samanlagt fekk eg krónur, og vit skulu eisini av við gagn av umleið 35% av mínari løn nærum tað dupulta, um vit skulu og lítla og onga tíð saman við ein túr til Føroyar, biograf, f a m i l j u n i . B o l i g s i k r i n g f ó r McDonalds ella hvat man nú finnur beinanvegin niður, barnagarðspláss uppá. Longu sum er, eru vit nógv skuldi nú rindast hvønn mána verri fyri enn ein einlig mamma! o.s.fr. Alt hettar sleppa einligar mammur frá um lógaruppskotið kemur ígjøgnum. Tað fær nemliga onga Les svarið frá Ullu Tørnæs á síðu ávirkan á barnacheck, boligsikring 8. o.s.v.

Dimmu og Internet- Sosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS 10

7


Fjølnir nr.3, des

Svarið frá Ullu Tørnæs, undirvísingarmálaráðharra Tak for jeres e-mail af 5. ovember 2003. Der skal ikke herske tvivl om, at jeg har forståelse for, at det kan være hårdt økonomisk at få en familie til at klare sig på SU, og jeg har på ingen måde glemt de uddannelsessøgende forældre, der bor sammen. Der er imidlertid begrænsede økonomiske midler at råde over, og derfor mener jeg, at det er bedre at begynde med de enlige forsørgere under uddannelse end slet ikke at forsøge at ændre noget i SUsammenhæng for studerende

med børn. Når det i første omgang blev de enlige uddannelsessøgende forsørgere, som regeringen lagde vægt på at sikre en bedre økonomi, er det på grund af denne gruppes ringere muligheder for at supplere deres uddannelsesstøtte med erhvervsarbejde. SU har aldrig været tæ nkt som fuld forsørgelse, men som en økonomisk støtte under uddannelse. Derfor er SUsystemet også indrettet på den måde, at stipendiet kan suppleres med studielån og indtægt fra erhvervsarbejde.

Fjølnir nr.3, des

Nyt lógaruppskot:

Dupultan SU til lesandi við børnum. Hjá pørum skal upphæddin hækka til góðar 13.000 um mánaðan

Min vurdering er umiddelbart, at der er bedre mulighed for erhvervsarbejde, når man er to til at klare pasningen af børnene.

Justinus Johannesen Betri møguleikar og fleiri pengar at liva fyri. T a ð e r í h ø v uð s h e i t i n u m boðskapurin í einum nýggjum lógaruppskotið, sum sociademokratarnir hava sett fram á Fólkatingið. -Stundin er komin til at betra møguleikarnar hjá teimun lesandi íð hava børn, sigur Thomas Adelskov, SU orðførari hjá socaldemokratinum við Fjølnir. Sum støðan er í løtuni kunnu hvørki politikarar ella tey einligu lesandi við børnum verða nøgd. Tí skal okkurt gerast her og nú fyri at betra umstøðurnar hjá teimun.

Som I sikkert er bekendt med på nuværende tidspunkt, nåede Folketingets partier ikke til bred enighed om at give enlige forsørgere under uddannelse et økonomisk løft. Med venlig hilsen Ulla Tørnæs

Uphæddin tvífaldast U m u p p s k o ti ð

h j á

socialdemokratunum fær meiriluta á fólkatinginum førir tað við sær, at upphæddin, sum einlig lesandi við børnum fáa frá SU skal tvífaldast, so hon verður 8.758 krónur um mánaðin áðrenn skatt ímóti teimun 4.379 krónunum, sum tey móttaka í løtuni. Hjá pørum sum hava barn ella børn, og bæði eru lesandi, skal uphæddin hækka til 13.138 krónur um mánaðan áðrenn skatt. Munandi betur Verður hetta lógaruppskotið samtykt fer tað samstundis at bera við sær, at møguleikin fyri at lesa sjálvt um man hevur smábørn verður munandi betri. Ì løtuni er tað næstan ómøguligt hjá einligum og pørum við børnum, at fara undir hægri lesnað, sigur Thomas

Adelskov. Hann leggur aftrat at sum støðan er í dag bíða nógv foreldeur at fara í gongd við lesnaði til tey koma undir eina ella aðra sosiala skipan, tí tað er ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman vid SU. Thomas Adelskov vónar, at fleri einlig og pør við børnum fara fara í gong nakað fyrr við hægri lesnaði enn, hvat vit kenna mynstri í dag tá uppskotið er veruleiki. -Vit kunnu ikki koma uttan um, at frælsi at velja lesnað, er munin størri, um tú far SU enn tá, ein er vorðin partur av eini sosialari skipan.

Løgtingsval

MFS og Føroyahúsið skipa fyri valfundið

MFS limur hugsar: ”Skal eg boða MFS frá, tá eg skifti bústað? ”

Justinus Johannesen MFS og Føroyahúsið skipað fyri valfundi tann 12. ella 13. januar 2004. Her fáar tímar áðrenn blaðið fór til prentingar, var endaliga tíðspunktið ikki ásett. Hvat kvøld fundurin verður er tengt at, nær teir føroysku politikarnir hava møguleika at vitja danska høvuðstaðin.

MFS svarar: ” JA JA JA JA JA JA !!! ”

Sambandið vinnur Ein veljarakanning, sum er gjørd av føroyska Gallup-stovninum vísir, at Sambandsflokkurin verður tann stóri vinnarin á komandi løgtingsvali tann 20. januar 2004, meðan líkt er til at 8

Tjóðveldisflokkurin missir nógvar atkvøður samanborið við seinasta val. Sambandsflokkurin hevði eftir kanningini fingið smá 30 procent av atkvøðunum, um valið hevði verið nú, meðan Tjóðveldisflokkurin hevði einans fingið 19,4 procent. Á seinasta løgtingsvalið fekk flokkurin 23,7 procent. Í stað Fólkaflokkurin stendur í stað í kanningini, hóast floksformaðurin og ikki minnst løgmaður hava staðið fyri hørðum ákoyringum, sum millum annað hava ført við sær, at hann útskrivaði nýval. Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 21 procent av

atkvøðunum. Á seinasta valið fekk fólkaflokkuirn 20,8 procent. Koma inn Javnaðarflokkurin stendur eisini í stað. Hann fær í kanningin somu undirtøku sum á seinasta valið, gott 20 prosent av atkvøðunum. Teir báðir smáu flokkarnir koma báðir inn um tinggátt. Sjálvstýrisflokkurin fær 4,3 prosent, meðan Miðflokkuirn fer at fáa 4,9 prosent - ein lítil øking síðani seinasta løgtingsval. MFS og Føroyahúsið skipað eisini fyri valkvøldi í Føroyaúsinum tann 20. januar 2004, har møguleiki verður at fylgja við valúrslitinum á stórskýggja. 99

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 3 - Desember 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 3 - Desember 2003

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you