Page 7

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Bryggen

Barnaansingarmálið

Justinus Johannesen skrivar

Katrin D. Apol skrivar

Norðurlendsk mentanarháborg verður vígd

Gongdin í málinum Hví kunnu føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir í útbúgvingarørindum uttanlanda ikki skriva seg upp á bíðilista í Føroyum? Henda spurning setti MFS Katriní vár í skrivi til tær stóru kommunurnar í Føroyum, viðkomandi ráðini (stýrini) og seinni eisini til kommunufeløgini. Misjavnt er, hvussu uppskotið er móttikið. Her ber til at fylgja gongdini í málinum higartil: 08.03.03 – Fyrsta skrivið frá MFS verður sent Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Vágs og Fuglafjarðar Kommunu umframt landsstýrismanninum í kommunumálum. 14.03.03 – Runavíkar Kommuna sendir MFS skriv um, at nærri frættist, tá málið er viðgjørt.

Hóskvøldið 27.novembur kl. 18.00 verður norðurlendska mentunarháborgin Den Nordatlantiske Brygge, í fólkamunni rópt Bryggen, tikin í nýtslu. Bryggen liggur á Strandgade 100 í Keypmannahavn. Bryggen er bygd í samráð millum Danmark, Føroyar, Grønland og Ísland. Kostnaðurin, nú húsið er liðugt, er umleið 80 milliónir. Sjálvan bygningin hevur danski staturin latið ókeypis. Den Nordatlantiske Brygge fer at hýsa føroysku og grønlendsku viðskiftastovunum og íslendsku sendistovuni. Eisini verður stórur lestrarsalur og matstovan, Noma, sum kendi danski kokkurin, Klaus Meyer, skal standa fyri.

Drívmegin Vígdis Til hátíðarhaldið hóskvøldið tann 27. novembur, sum bert er fyri innbodnum, verða millum onnur drotning Margretha, íslendski forsætisráðharrin, Annfinn Kalsberg, løgmaður, grønlendski landstingsformaðurin og ikki minst kvinnan, ið fram um onnur hevur verið drívmegin aftanfyri hesa megnar verkætlan, Vígdis Finnbogadóttir. ”Hjá mær er tað ein gamal dreymur, sum verður veruleiki, tá Bryggen letur dyrnar upp. Húsið skal verða karmur um samarbeiði landanna millum, har nútíð, framtíð, mentan, lærdómur og ídnaður skulu verða tær berandi kreftirnar,” sigur Vígdis Finnbogadóttir, sum eisini er

nevndarformaður. Hon vil tó ikki gera nakrar viðmerkingar til, um hvørt hon heldur, at Bryggen fer at hava við sær, at meira gongd fer at koma á samarbeiði um sjálvstýrið hjá føroyingum og grønlendingum. Vala verk Bryggen er upprunaliga bygd sum handilshús í 1700-talinum, men er nú umvæld av vala handverkarum. Tey upprunaligu gólvini eru varðveitt eins og berandi bjálkarnir. Á ovastu hædd verður eitt stórt framsýningarhøli, sum m.a. kann nýtast til listaframsýningar og stórar fundir av ymiskum slag. Tey trý londini, Føroyar, Grønland og Ísland, ráða yvir hvør síni 14

17.03.03 – Løgmálaráðið sendir MFS skriv um, at dagstovna- og dagrøktarøkið eru viðurskifti undir kommununum, men at tað er landsstýrismaðurin í almannamálum, ið umsitir lógina um dagstovnar og dagrøkt. Løgmálaráðið hevur tískil sent skrivið frá MFS víðari til Almannaráðið sum rætta myndugleika. (Her er helst hent eitt mistak av onkrum slag, tí svar kom seinni frá Familju- og Heilsumálaráðnum og ikki frá Almannaráðnum!!!) 20.03.03 – Klaksvíkar Kommuna sendir MFS skriv, har boðað verður frá, at málið skal viðgerast á fundi tann 9. apríl og aftur tann 29. apríl. MFS frættir nærri eftir hetta. 27.03.03 – Familju- og Heilsumálaráðið sendir MFS skriv um, at dagstovna- og dagrøktarøkið verður umsitið av kommununum, og at eingin forðing er í løgtingslógini fyri, at kommunurnar hvør sær gera broytingar í upptøkureglunum

viðvíkjandi bíðilista til barnaansing. Sambært lógini eru tað sostatt einstøku kommunurnar, ið gera upptøkureglurnar, men at hesar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.Sigmund Familju- og Heilsumálaráðið mælir MFS til at leggja fyrispurningin fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. (Løgmálaráðið segði seg senda skrivið frá MFS víðari til Almannamálaráðið, men hevur helst í staðin sent tað til Familjuog Heilsumálaráðið, haðani hetta svarið kemur; sí omanfyri. Ógreitt hví so er.) 31.03.03 ­– Fuglafjarðar Kommuna sendir MFS skriv um, at málið er viðgjørt í Mentamálanevndini hjá kommununi tann 26. mars. Nevndin varð samd um, at eingin reglugerð finst fyri barnaansingina í kommununi, sum forðar útisetum (og øðrum) at skriva børn á bíðilista har. Annars verður víst á, at eingin bíðilisti er, og at tørvurin tískil verður nøktaður. 20.05.03 – Tórshavnar Kommuna sendir MFS skriv um, at Mentamálanevndin á fundi tann 7. mai samtykti at mæla frá at broyta upptøkureglurnar til ansingarstovnar í kommununi. Eisini verður víst á, at kommunan í verandi valskeiði hevur sum mál at nøkta ansingartørvin og tískil fer kommunan at veita ansingartrygd – eisini til tey, sum flyta til kommununa. 06.06.03 – MFS sendir rykkjara eftir svari til Klaksvíkar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Vágs Kommunu og Tvøroyrar Kommunu. 11.06.03 – Tvøroyrar Kommuna sendir MFS skriv um, at kommunan als einki hevur ímóti at føroyingar uttanlands skriva børnini á bíðilista í kommununi. Annars verður víst á, at tørvurin verður nøktaður, og at eingin bíðilisti er.

18.06.03 – MFS sendir Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag sama skriv, sum sent varð kommununum í Katrin Katrin mars mánaði. 20.06.03 – Klaksvíkar Kommuna sendir MFS skriv um, at málið er viðgjørt á fundi í Sosialu Nevnd tann 23.apríl. Samtykt varð at heita á Sosialu Deild um at gera eittt uppskot til broyting í upptøkureglunum fyri barnaansingina. MFS frættir nærri, tá arbeiðið er gjørt. 21.07.03 – Kommunusamskipan Føroya, KSF, sendir skriv til MFS, har víst verður á, at eingin felags upptøkureglugerð er fyri limakommunurnar í KSF. Heldur ikki eru reglurnar einsljóðandi í teim ymsu kommununum. KSF hevur verið í samband við limakommunurnar og vísir á, at Runavíkar- og Vágs Kommuna hava viðgjørt fyrispurningin frá MFS, og avgjørt varð, at børn hjá føroyingum í lestrarørindum uttanlands kunnu verða skrivað á bíðilista 6 mðr. áðrenn tey flyta heim. Hetta svarar til longdina á einum barnsburðarfarloyvi, og skuldi tann lesandi tí verið eins væl fyri og føroyingar búsitandi í Føroyum. 24.07.03 – MFS skipar fyri lestrarstevnu á Vertshúsinum í Havn, har eitt av málunum, ið verður tikið upp, er barnaansingartrupulleikin. Í pallborðinum sita Høgni Hoydal, virkandi mentamálaráðharri, Heðin Mortensen, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð og Kristina Háfoss, nýútbúgvin mamma og løgtingskvinna. Aðra staðni í blaðnum kann lesast meira um lestrarstevnuna. Sjálvandi eru vit í MFS glað fyri, at nakrar av kommununum taka tey lesandi uttanlands í álvara og 7

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Advertisement