Page 4

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Lestrarstevnan 2003

Lívligt kjak á Vertshúsinum Annika H. Joensen skrivar Árliga lestrarstevnan varð í ár hildin á Vertshúsinum í Havn. Dagurin var 24. juli, og m.a. valið av hølum boðaði frá einum vertsligum og hugnaligum tiltaki. Hetta er eisini eftirmetingin hjá MFS – nógv fólk var samankomið, kjakið gjørdist lívligt, og tyktist tað, sum bæði pallborðslimir og áhoyrarar vóru væl nøgd við kvøldið. Eingin endalig loysn varð funnin uppá teir trupulleikar, sum MFS metir ger seg galdandi fyri tey lesandi ídag, men hetta var neyvan væntað. Tó vórðu evnini, ið MFS hevði valt at taka upp, viðgjørd á sakligan hátt, og øll høvdu møguleikan at siga sína hugsan. Bæði MFS, áhoyrarar og pallborðslimir høvdu nógv upp á hjartað. Vælkomin Kvøldið byrjaði við, at Absalon Eysturoy, vegna MFS, bjóðaði vælkomin. Innleiðandi greiddi Elin Súsanna Jacobsen, ið dagliga starvast á Fróðskaparsetri Føroya, frá útbúgvingarmøguleikunum á Setrinum, umframt komandi

Fjølnir nr.2, Okt. 2003 sonevndar redaktións-fundir, har uppgávur verða býttar út, og seinni tilfar verður savnað. Tað er tó blaðstjórin, sum stendur við endaligu ábyrgdini av blaðnum, og er viðkomandi eisini løntur av somu orsøk. Síðani seinasta summar hevur eingin blaðstjóri verið, men nú er endiliga eydnast at fáa hendur á einum, ið hevur átikið sær starvið. Undir stjóraloysinum hevur blaðnevndin staðið við ábyrgdini av blaðnum. Hetta hevur verið á góðari leið, um enn blaðið ikki kann sigast at vera komið út eins regluliga og ynskiligt var. Tíverri fáa vit ikki nógv tilfar

aðrastaðni enn júst í Keypmannahavn. Tó eru lestrarstevnan og pisudagurin heima í Føroyum á hvørjum sumri undantøk. Tí hevði verið gott við fólki aðrastaðni frá í hesi nevndini, so útjaðarin slapp upp í part. Vit lata ikki fundarpening, men ferðaútreiðslur til longri ferðir verða endurgoldnar í samband við ráðs- og nevndarfund. Í seinasta eintaki av Fjølnir varð gjørt vart við, at um fólk hava hugskot til eitt tiltak, men ikki hava fíggjarligu orkuna til at skipa fyri, so er møguligt at venda sær til MFS-ráðið og søkja um neyðuga stuðulin. Um ráðið metir hugskotið vera gott, verður stuðul

uttanífrá, men noyðast at leita tað mesta fram sjálvi. Breiddin á blaðnum hevði sjálvandi verið nógv størri, um fleiri fólk vóru, sum skrivaðu í blaðnum. Hetta er tí ein áheitan á fólk um endiliga at senda okkum tilfar. Eisini ber til at senda tíðindaskriv um eitthvørt, sum fer fram og sum kann hava áhuga hjá okkara lesaraskara. Sjálvandi er eisini møguligt at sleppa sær við í blaðnevndina. Har er altíð tørvur á fólki! Um tú hevur orðið í tíni makt, ella dámar væl at stinga nøsina fram, so ert tú eitt heitt evni til blaðnevndina.

játtaður til at skipa fyri tiltakinum undir navni MFS. Teimum praktisku viðurskiftunum mást tú sjálv/ur standa fyri, men møguleiki er sjálvsagt altíð at biðja um eina hjálpandi hond ella góð ráð. Ert tú ein “festapa”, sosialt engagerað/ur og dámar væl at hava við fólk at gera, so mást tú sum skjótast gerast partur av trivnaðarnevndini.

setir mørk fyri, hvussu og hvar MFS kann marknaðarførast. So ert tú djørv/djarvur og nýhugsandi er hetta ein nevnd, har tú kanst royna títt flog. Skrivstovurnar MFS hevur í løtuni tvær skrivstovur í Danmark. Onnur er í Århus og hin í Keypmannahavn. Umframt pappírsarbeiði, bóking o.s.fr. so er endamálið við skrivstovunum eisini at ráðgeva um ymisk lestrarviðurskifti. Skrivstovan í Keypmannahavn er opin fýra tímar um vikuna og tann í Århus tveir tímar. Lestrarkunning Eitt av høvuðsøkjunum hjá MFS

Nógv fólk varð samankomið á Vertshúsinum til lestrarstevnuna

útbyggingini. Síðani prátaði Terji á Lakjuni frá Stuðulsstovninum um føroysku stuðulsskipanina, har hann legði dentin á batnaðu korini hjá føroyskum lesandi, serliga um samanborið verður við onnur lond. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni greiddi næstur frá arbeiðnum hjá skrivstovuni. Nýskapandi tanki Fyrsta evnið, ið kjakast varð um, var, hvørt ein vegleiðing um størv og yrkisleiðir er neyðug í Føroyum. Holger Arnbjerg helt tað vera eitt gott hugskot og ein nýskapandi tanki at hava eina miðstøð fyri vegleiðing. Kjartan Kristiansen frá Menningarstovuni var ikki heilt samdur við Holger og setti veruligt lív í kjakið, m.a. tí at hann legði dent á, at føroysk lesandi vóru alt ov forkelaði. Hann helt tað ikki vera neyðugt hjá føroyskum myndugleikum at borðreiða við bústaði, starvi og einum skræddaraseymaðum lívi, tá liðugt útbúni føroyingurin kemur heim aftur á klettarnar. Tvørturímóti helt hann, at tey lesandi eiga at fáa hetta til vega av egnum vilja Absalon Eysturoy bjóðaði vælkomin vegna MFS

og orku, tí at føroyska samfelagið hevur tørv á nýskapandi kreftum. Hesum var Høgni Hoydal, løgmálaráðharri, samdur í. Samstundis metti Høgni tað vera av stórum týdningi at hava ein stovn, ið ger tað møguligt at byggja upp eina útbúgving, serliga tí at útbúgvingarpolitikkur í roynd og veru ikki er høgt raðfestur á tingi. Eftir hetta var steðgur, og Eivør Pálsdóttir undirhelt við sínum sera góða tónleiki. Stórur trupuleiki Barnaansingarmálið hevur verið eitt av hjartamálið hjá MFS í longri tíð, og tí var tað av stórum týdningi at koma so tætt at eini loysn sum møguligt hetta kvøldið. Hallbera West legði, sum umboð fyri MFS, út við at greiða frá um málið og um hugsanina hjá MFS hesum viðvíkjandi. Kristina Háfoss segði seg hava royndir av hesum trupulleikum sum nýbakað mamma og var samd við Hallberu um, at trupulleikin er sera stórur hjá teimum lesandi at fáa ansingarpláss, tá tey koma heim aftur at búgva. MFS hevur leingi arbeitt fyri at gera tað møguligt 4

Trivnaðarnevndin Sjálvsagda málið hjá hesi nevnd er at betra um trivnaðin millum tey lesandi. Hetta verður vanliga gjørt við at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag so sum veitslu, dansi, cafékvøldum, kjakfundum, fyrilestrum o.s.fr. Av tí at flestu ráðslimirnir og harvið nevndarlimirnir eru búsitandi í Keypmannahavn, er tað av praktiskum ávum ikki so lætt at skipa fyri tiltøkum

KT-nevndin Kunningartøkni er lyklaorðið hjá hesi illa mannaðu nevndini. Heimasíðan er sjálvandi hjartamál nevndarinnar, og arbeitt verður við at finna fólk til nýggjan av hesi. Ert tú teldu-freak, hevur skapandi evni ella rætt og slætt hugflog til tílíkt arbeiði, so er KT-nevndin júst staðið fyri teg. Marknaðarføringsnevndin Aðalmálið hjá hesi (í løtuni lítlu) nevndini er at fáa MFS fram millum fólk – at gera vart við okkum sjálvi. Einans hugflogið

sum felagsskapi er eisini vegleiða komandi lesandi, og

at

verður stórur dentur lagdur í hetta arbeiðið. Í hesum arbeiðinum liggur m.a. lestrarkunning á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum, har umboð fyri MFS greiða frá ymsum viðkomandi viðurskiftum. Har afturat er blaðið Pisan, sum kemur út eina ferð árliga, har fokus eisini verður sett á lestrarviðurskifti serliga uttanlands. Við sama endamáli skipa vit í august á hvørjum ári fyri einum sonevndum pisufundi. Eisini skipar MFS fyri eini árligari lestrarstevnu heima í Føroyum, sum tú kanst lesa um aðra staðni í blaðnum. Vónandi hevur tú nú fingið eina størri vitan um MFS, og um dagliga virki hjá felagnum. Allir limir eru, sum sagt, altíð vælkomnir at koma sær upp í eina av nevndum okkara.

17

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Advertisement