Page 10

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Betri kor til einligar uppihaldarar undir lestri

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Lestrarskuldin tung at bera

Justinus Johannesen skrivar

Justinus Johannesen skrivar

Møguleikarnir hjá einligum mammum at fara undir víðari lesnað verða munandi betri, um eitt lógarupsskot frá undirvísingarmálaráðharranum, Ullu Tørnæs, verður samtykt á Fólkatingi. -Eftir míni hugsan er talan um eitt uppskot, sum veruliga kann vera við til at seta skjøtul á møguleikan og hugin hjá einligum mammum at fara undir hægri útbúgving. Hetta sigur skrivustovustjórin fyri lestrarvegleiðingina á Københavns Universitet, Jacob Lange við Fjølnir. Hann leggur afturat, at tað má vera samfelagsins áhugi, at einligar mammur eisini koma við í flokkin av vællærdum kvinnum.

Sambært Jacob Lange, sum sjálvur hevur verið við til at útvega ráðharranum neyðugu upplýsingarnar til lógaruppskotið, er talan um eina góða loysn. Nógvar einligar mammur vilja heldur vera á ”bistand” enn at liva av SU, sum undir øllum umstøðum krevur, at tær hava annað arbeiði við síðuna av ella mugu lána fyri at kunna svara hvørjum sítt. Tí er lítil og ongin møguleiki hjá teimun at fara undir hægri lesnað, sjálvt um tær hava hugin, sigur hann. Lógaruppskotið hjá Ullu Tørnæs kemur fyri í hesi tingsetuni, og um tað verður samtykt, kann tað longu koma til sín rætt fyrst í komandi ári.

Lógarupsskotið leggur upp til, at einligir uppihaldarar skulu hava dupultan SU-stuðul uttan at missa barnastuðul ella íbúðarískoyti.

28-ára gamla Jórun, sum er einlig mamma vid tveimum børnum, ynskir ikki at standa fram undir fullum navni og bústaði, men

sigur, at um henni stendur í boði dupultur SU-stuðul, og um hon samstundis varðveitir barnastuðulin og íbúðarískoyti, vil hon skjótast gjørligt fara undir at lesa til sjúkrasystir. -Tað er ein gamal dreymur, sum gerst veruleiki, um eg kann lata meg í hvíta búnan og kalla meg sjúkrasystir. Eg eri ikki kunnað byrjað, tí fíggjarligu umstøðurnar hava ikki verið til vildar. Nú tíðir nógv tó uppá, at vend er um at koma í, og hetta gleðir ikki bara meg, men allar einligar uppihaldarar, sum hava bíðað við at fara undir hægri lesnað, tí fíggjarligu umstøðurnar ikki hava verið nøktandi.

Nógv av teimum lesandi, sum læntu túsundvís av krónum til lesturin í 70´unum og 80´unum sita í dag við eini lestrarskuld, sum tey ongantíð sleppa av við. Seinastu tølini frá danska Fíggjarstýrinum, sum tekur sær av ógoldnari lestrarskuld, vísa, at fleiri enn 15.000 borgarar í danska ríkinum –herundir eisini føroyingar - hava ein skuld, sum er vaksin teimun langt upp um høvdið. Skuldin stavar í høvuðsheitum frá tíðini áðrenn 1993, tá møguleiki var fyri at lána pening í bankanum við eini lutfalsliga høgari rentu. Danska Fíggjarstýrið hevur longu yvirtikið skuldina hjá teimum, sum ongan møguleika hava fyri at gjalda, og her tosa vit um mong túsund. Kunnu hjálpast Fólkatingið hevur tí avgjørt at hyggja nærri at, hvussu hjálp kann veitast teimum harðast raktu skuldarunum. Ein møguleiki er at eftirgeva skuldina, ella kanska kann ein skilagóð avdráttarskipan fáast í lag. -Talsmaðurin fyri útbúgving hjá SF, Morten Homann sigur við Fjølnir, at ein bólkur av

skuldarum er, sum kann arbeiða til tey fáa pensión, men sum ongantíð náa at verða skuldarleys. Hesi hava verið sera óheppin at lána pening í einum tíðarbili, tá rentan var sera høg, og tá samfelagið næstan kravdi, at tey skuldu lána pening fyri at fara undir hægri lesnað. Einki húsalán Ein teirra, sum lænti nógvan pening, var Torben Pedersen, sum var liðugur at lesa í 1989. Í mínum føri havi eg goldið 200.000 krónur av eini upprunaligari skuld uppá 250.000. Hóast hetta skyldi eg framvegis 378.000 krónur. Torben Pedersen er ikki einsamallur, tí mong eru tey, sum eru í sama báti sum hann. Hjá okkum, sum ikki hava fingið arbeiði har lønin er himmalhøg, er tað næstan ómøguligt at fáa húsalán ella spara saman til pensión. Og av tí at skuldin ongantíð verður ov gomul, kunnu vit fara á pensión, og framvegis noyðast at gjalda gamla lestrarskuld. Hetta er tískil skrúvan uttan enda. Torben Pedersen sigur, at hann veit um eina kvinnu, sum hevur eina lestrarskuld upp á meira enn

eina millión krónur. Avdráttarskipan Í dag er eingin møguleiki fyri at fáa eina meira liðiliga avdráttaskipan fyrr enn 12 ár eftir, at tú er liðugur við lesnaðin. Krøvini fyri at fáa eftirgivið skuldina eru eisini sera strong. Spurningurin er tí, um Fólkatingið er sinnað at broyta lógina. Danski Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann er ímóti at eftirgeva lestrarskuld og skírir uppskotið eina ”glíðibreyt”. Í dag kunnu tey lesandi lána pening beinleiðis frá statinum við eini nógv lægri rentu – umleið trý ella fýra prosent. Áðrenn 1993 var rentan í miðal millum 13 og 18 prosent fyri tey sokallaðu statsgaranteraðu lánini. Vit bóðu SU-Styrelsen um góð ráð og vegleiðing til teirra, sum ganga við tonkunum um at taka minni ella størri lestrarlán. Frá teimum vóru boðini greið: -Vit leggja okkum ikki út í, hvussu tey lesandi bera seg at við at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman.. ”Hetta er teirra avgerð og ikki okkara”, ljóðar tað úr SU-Styrelsen.

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-

Dimmu og Internet- Sosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS

10

11

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003

Advertisement