Page 1

Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København

MFS

Árgangur 19, Nr 1 Mars 2003

Meginfelag Føroyskra Studenta, Vesterbrogade 17 A 1620 KBH V

Jóhan Pauli Helgason nýggjur ráðslimur í MFS Hann er føddur 10.06.79 og sleit sínar barnaskógvar í Vestmanna. Aftaná loknan fólkaskúla gjørdist hin enn heimføddi unglingin so serstakliga drigin av at uppliva heimin uttanfyri dunnuhylin í Vestmanna. Hann gjørdi bart og avgjørdi at fara til Spania vid felagsskapinum AFS. Árið í Spaniu var ein so hugtakandi og gevandi uppliving, at unglingin gjørdist eitt sindur av einum vallara. Hann hevur nevniliga sídani traska fjarðeystur tunt, umframt aðrar stytri túrar m.a. í Suðurameriku. Líkamikið; Jóhan Pauli bleiv málsligur studentur í 2000 og er júst komin niður til lovaða landið at lesa Retorik. Men hví vil Jóhan Pauli arbeiða fyri MFS, jú skal eg siga tær, hann hevur í nógv ár verið virkin í politiskum ungdómsfelasgsskapi, umframt í AFS -nevndini og komin niður kom eitt

MFS limur hugsar: ”Skal eg boða MFS frá, tá eg skifti adressu ? ” MFS svarar: ” JA JA JA JA JA JA... ”

nívandi tómrúm í tilveruna hjá JP og hevur tað ivaleyst verið orsaka manglandi felagsskapsvirksemi, so hví ikki geva eitt sindur av frítíðini til at betra um lestrarviðurskiftini hjá okkum lesandi. Jóhan Pauli er spildurnýggjur í MFSráðnum og gleðir seg, at seta seg inn í viðurskifti og áhugamál felagsins. Hann vónar at fáa eitt stuttligt og gevandi samstarv við ráðið.

Vit ætla at betra munandi um heimasíðuna hjá okkum (www.mfs.fo) — Dugir tú væl at designa heimasíður, er hetta kanska nakað fyri teg? Vend tær til okkum. Løn eftir avtalu.

Nú er aftur tíð at søkja um ferðaískoyti frá Stuðulsstovninum 

Umsóknarabløð eru inni í blaðnum.

MFS søkir eftir blaðstjóra til Fjølnir og skrivstovufólki til skrivstovuna í Keypmannahavn. Sí lýsing inni í blaðnum

Ráðsskifti í MFS Í februar var ráðsskifti les meira á síðu 10.

Búmerkjakapping Fótatraðk skrivar út búmerkjakapping. Síða 19

MFS veitslan Frásøgn frá MFS veitsluni, ið varð hildin 1.mars

Katrin Apol er nýggjur formaður í MFS. Hon tekur sessin eftir Bjørg Dam, sum hevur virkað sum formaður seinasta hálva árið. Ikki er Katrin nakað nýtt andlit í MFS høpi. Hon hevur verið við í ráðnum síðani 2001 og hevur verið sera aktiv innan mest sum øll øki, MFS arbeiðir við. Tó hevur hon serliga áhuga innan politiska virksemið. Í 2001 tók hon við sum skrivstovufólk, tá Hallbera West fór í farloyvi og er nú blivin formaður.

Greinar:

Tilverugrundarlagið 2 hjá MFS burtur ? Katrin D. Apol Trupla lestrarvalið Anna Christiansen

4

Hugleiðingar úr Aarhus Jákup Sverri Kass

7

Robinson, veitsla og góður dansitónleikur Annika & Bjørg

8

Starvsvenjing sum partur av hægri lestri

13

MFS fingið nýggjan formann

Tiltøk undir MFS

Føroyar, yrking 17 Herborg Silja, Rúna og Sigrið Útgjald av frítíðarløn Lýsing frá T& S

18

Jóhan Pauli Helgason Nýtt andlit í MFS høpi

20

Hevur tú hugskotið, so hava vit fíggjarligu orkuna! Kjakfundir, fyrilestrar, listaframsýning, konsert, skeiðvirksemi, hugnakvøld o.s.fr. Heldur tú, at tørvur er á fleiri tiltøkum fyri tey lesandi? Vit í MFS royna alla tíðina at arbeiða fyri, at lesandi fáa betri kor á allan hátt. Tað er tó avmarkað,

hvussu langt tíðin og orkan røkka, tá umráðini eru nógv, sum arbeitt verða við. Heldur ikki er gjørligt hjá okkum at ferðast land og ríki runt at skipa fyri tiltøkum. Tískil er hetta ein møguleiki hjá tær at fáa ávirkan á, hvat hendir. Um tú hevur eitt hugskot til eitt tiltak, men ikki hevur neyðugu fíggjarligu orkuna til at skipa fyri,

so er møguligt at venda sær til MFS-ráðið og søkja um neyðuga stuðulin. Um ráðið metir hugskotið vera gott, verður stuðul játtaður til at skipa fyri tiltakinum undir navni MFS. Teimum praktisku viðurskiftunum mást tú sjálv/ur standa fyri, men møguleiki er sjálvsagt altíð at biðja um eina hjálpandi hond ella góð ráð.

Leysasøla kr. 15,-


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Oddagrein

Tilverugrundarlagið hjá MFS burtur?

 U p p s l a g s t a l v a n 

Katrin Apol, Nýggjur formaður skrivar

Síðani MFS lógin varð broytt í 1999 hevur verið tosað um at fremja lógarbroytingar. Ár 2002-ráðið hevði sett sær fyri at føra hesar broytingar út í lívið. Hetta komst av, at mett varð, at verandi viðtøkur vóru heldur stirvnar og kanska komst hetta serliga av, at ynskiligt var við broytingum í valskipanini. Gamla valskipanin legði nevniliga upp til, at valkort vórðu send øllum limunum, sum síðani við brævatkvøðu skuldu velja umboðini til ráðið. Hetta hevur tó ikki verið neyðugt í praksis, tí í nógv ár hevur verið friðarval, av tí at so fá hava valt at stilla upp til ráðsval. Mett varð tí frá ráðsins síðu, at tað var eitt gott hugskot við einum árligum ársaðalfundi, har ráðsval fór fram umframt at roknskapurin varð lagdur fram. Eitt gott hugskot, metti ráðið, sum á henda hátt vónaði at fáa limirnar á tal. Um ikki annað henda eina dagin um árið. Aðalfundurin skuldi tó vísa seg at verða eitt stórt vónbrot. Einans ein limur, umframt gamla ráðið, møtti á fundi. Har afturat kemur so, at enn eina ferð mátti ásannast, at áhugin fyri ráðsarbeiði ikki er nóg stórur. Tað hongur bara ikki saman við arbeiðsbyrðuni, sum ikki fellur saman við áhuganum fyri ráðsarbeiði. Tískil er nú farið undir eitt nýtt ráðsár við einans 9 settum sessum av 11. Tá er tað, at man fer at hugsa um tilverugrundarlag felagsins. Er yvirhøvur tørvur á MFS? Í ráðnum er sjálvandi breið semja um, at MFS eigur sín upplagda sess í samfelagnum og á føroysku

!

Gott heimaráð

fíggjarlógini. Men er tað nóg mikið? Er MFS eitt felag, sum bara er til fyri og orsakað av teimum fáu, sum velja at brúka sína frítið til studentapolitiskt arbeiði? Er tað rætt av samfelagnum at stuðla einum felag, har tey fáu sleppa at dyrka sítt egna ego og valdsstøðu? Vildi nakar annar enn júst ráðslimirnir yvirhøvur lagt til merkis, um felagið brádliga varð niðurlagt? Hevði nakar felt eittans tár, um at eftirhondini fasta brævasambandið hjá MFS við í fyrsta lagi mentamálaráðið varð niðurlagt? Hevði nakar spurt postmannin, um hann hevði gloymt eitt eintak av Fjølnir? Skjótt hevði árliga lestrarstevnan í Føroyum farið í gloymibókina. Lestrarkunningin á miðnámsskúlunum kring landið somuleiðis. Árliga Pisan hevði verið ein „saga blot“. Kanska hevði onkur saknað eitt dansikvøld ella eitt cafékvøld í Føroyahúsinum, har tú sum limur í MFS kundi spart nøkur oyru. Kanska onkur í januar mánaði fór at ótolnast eftir árskalendaranum, sum nú í nøkur ár hevur verið jólagávan frá MFS til limirnar. Og var tað ikki okkurt við, at tú sum limur fekst ókeypis ISIC-kort? Sannleikin er helst tann, at torført er at bera eyga á tað arbeiðið, sum MFS ger í gerandisdegnum. Aloftast er talan um langført arbeiði við drúgvum brævasambandi og tingingum aftur og fram. Úrslitini síggjast ikki eftir einum degi, og tí kann vera torført at síggja tørvin á einum felag sum MFS. Hetta eru vit greið yvir, og tí hevur m.a. verið roynt at lokka

frá okkum til tín, sum hevur verið so óheppin at brenna tær matin fastan í grýtuna: Kóka hana upp í edikki hetta luktar illa, men loysir ótrúliga væl tað brenda :-)

Fjølnir nr.1, Mars 2003

limir til við peningaligum fyrimunum so sum bíligari atgongumerkjum til okkara tiltøk. Ofta hevur verið kjakast um í ráðnum, um hetta er umráðið hjá MFS, at skipa fyri dansi og tílíkum. Nógv orka fer til slíkt, og ráðið fyri 2002 metti, at vit áttu at leggja arbeiðsorkuna aðrastaðni. Tað er jú í síðsta enda ein spurningur um prioritering millum løtuvinning og langtíðar mál. Hvør vildi í dag verið fyriuttan fyrimunir sum ferðaískoytið og valrættin til løgtingsval, fyri bert at nevna nøkur dømi um størri mál, ið togast hevur verið aftur og fram um millum MFS og føroysku myndugleikarnar. Dreymurin hevði sjálvsagt verið eitt felag við ”engageraðum” limum, sum vóru við til at manna nevndirnar undir ráðnum. Tað er ein kliché eftirhondini, men ikki tess minni er tað satt, at vit lyfta betri í felag. Tað kann til tíðir vera møtumikið og tykjast óendaligt at vera við í nevndar- og ráðsarbeiði, men tað uppvigar í ”den grad” við ta gleðina, tú kennir, tá tú fært eitt mál ígjøgnum. Tá veitst tú, at tað var alt stríðið vert!

 Manglar tær onkran at venda tær til, tá tú hevur eitthvørt uppá hjartað? Send ein e-post til

Nærvarp okkara Sendir úr Føroyahúsinum hvønn sunnudag kl. 13.00 - 15.00 og fríggjakvøld kl. 20.00 - 21.30 á 91,4 MHz, 98,8 hybrid (FM)

Tlf.: 33 22 84 01. Fartlf.: 26 20 00 33.

Guðrun Sólja á Stórskýgga í Føroyahúsinum Fríggjakvøldið 4.apríl skipa MFS og Føroyahúsið kafékvøldi har sýnt verður beinleiðis á stórskýgga frá ”Stjerne for en aften” finaluni. Eisini verður live tónleikur, men ikki er greitt í skrivandi løtu hvør ið fer at spæla.

Vit eru eini føroysk-donsk hjún, ið leita eftir einum persóni, ið kann ansa eftir soni okkara, ið er umleið 15 mánaðir gamal. Hann gongur í vøggustovu, men vit arbeiða bæði fulla tíð og hava ofta eina strævna viku, tískil kann vera torført at fáa tíðina at røkka til. ´ Vit skjóta upp, at tú kanst hjálpa okkum fast eina avmarkaða tíð uml. 4-6 tímar um vikuna - og at vit avtala so hvørt, tá okkum tørvar meira hjálp. Vit búgva í Gentofte, nærhendis eini tokstøð. Um hetta er nakað fyri teg, vóna vit at frætta frá tær. Telefon 39 62 26 09, email sfo@dadlnet.dk. Mette og Sjúrður

Búmerkjakapping Tey, ið hava áhuga at vinna 500.kr, og at vera goymd í hjørtunum hjá dansarum í langa tíð, hava møguleikan nú. Fótatraðk skipar í hesum døgum fyri eini búmerkjakapping. Freistin at senda uppskot inn er 21/4-2003. Um einki brúkbart búmerki kemur inn, taka vit okkum rætt til at velja øll uppskotini frá. Uppskotini skulu sendast til: Jónleif Johannesen, Dalslandsgade 8, C-807 2300 Kbh s

Fótatraðk

!! Skipar tú ella felag títt fyri tiltaki, sigið so okkum frá !!

mfs@mfs.fo 2

Húsakórið er eitt av feløgunum í Føroyahúsinum, og telur tað umleið 40 fólk. Dirigentur er Tórður á Brúnni, og leggur kórið dent á at syngja nógvan, góðan føroyskan tónleik, men eisini útlendskan tónleik, sum fólki dámar. Húsakórið venur í løtuni týskvøld frá 19:00 til 22:00. Meiri fæst at vita við at leita sær inn á heimasíðuna hjá kórinum: www.husakorid.dk

Flaggdagshald verður í Føroyahúsinum 25.apríl

Barnaansing - kanst tú hjálpa okkum? Ráðið 2002

Húsakórið

 19


Lýsing frá Toll og Skatt

Fjølnir nr.1,

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Ráðsskifti í MFS

Útgjald av frítíðarløn 2. mai 2003

Annika H. Joensen, Hugleiðir Leygardagin 22. februar varð aðalfundur hildin í MFS, har – sum kunnugt – bert ein limur var til staðar. Sera gott, at hesin limur hóast alt tók leiðina inn á Vesterbrogade 17A, skulu vit heilsa og siga. Á aðalfundinum tóku Halla Nolsøe Poulsen (formaður), Hallbera West (ráðslimur) Guðrið Weihe (ráðslimur), Svanna Jákupsdóttir ( r á ð s l i m u r ) , U n n T ho m s e n (ráðslimur) og Guðrun Hammer (ráðslimur) seg burtur úr MFSráðnum. Halla og Hallbera vóru 3 ár í ráðnum, Guðrið virkaði 2 ár sum ráðslimur, meðan Svanna og Unn sótu 1 ár sum ráðslimir. Guðrun sat sum ráðslimur í nakrar mánaðar, og umframt hetta hevur hon verið við í Granskingar- og Útbúgvingarnevndini í 2 ár.

Til tykkum, ið eiga frítíðarløn tilgóðar 2. mai 2003. Er bústaður tín broyttur, síðani flytingin varð fráboðað Landsfólkayvirlitinum í Føroyum, vil "slippurin" ella fráboðanin koma retur til Frítíðargrunnin. Fyri at sleppa undan øllum returbrøvunum, vil Frítíðargrunnurin vinarliga heita á tykkum um at fráboða okkum nýggja bústaðin. Frítíðarlønin fyri 2003 fer inn á somu kontu sum í fjør. Um tit ynskja hetta kontunummar broytt, verða tit biðin um at fráboða okkum nýggja kontunummarið. Frítíðarløn kann bert flytast inn á kontu í føroyskum peningastovni. Tit kunnu upplýsa okkum um broyttan bústað og broytt kontunummar við at útfylla fráboðanina niðanfyri og senda hana til Toll- og Skattstovuna áðrenn 14. apríl 2003. Eisini ber til at senda upplýsingarnar á heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo

Fyri hesar limir komu 2 nýggj andlit í ráðið, Helena Debes Højgaard, sum kom uppí nakrar mánaðar innan ráðsskifti, og Jóhan Pauli Helgason. Fyrsti ráðsfundurin við nýggja ráðnum varð hildin sama dag, og ráðið skipaði seg soleiðis: Formaður: Katrin D. Apol Næstformaður: Helena Debes Højgaard Skrivari: Annika Helgadóttir Joensen Kassameistari: Jón Henriksen Ráðslimir (umframt omanfyri nevndu): Absalon Eysturoy, Jóhan Pauli Helgason, Bjørg Dam, Jákup Sverri Kass og Rúnar Reistrup (farloyvi). Síðani fyrsta ráðsfund hava tvey onnur lesandi sýnt áhuga í at luttaka í ráðs- og nevndararbeiðnum.

Helena Debes Højgaard, ein av nýggju ráðslimunum í MFS

Spurningar kunnu svarast á telefon 371051.

Hevur tú funnið !!!

Telefonirnar svara má. – fr. kl. 9.00 – 15.00, tó hós. kl. 9.00 – 17.30.

Her var ætlanin, at nýggi blaðstjórin skuldi skriva grein um myndina til vinstru, men vit hava ikki funnið hann/hana enn, tí kundu vit ikki heita á viðkomandi, um at skriva greinina.

P-tal: Navn: Bústaður:

Hevur tú ein blaðstjóra í tær? - Les meira um starvið í lýsingini á síðu 7

Peningastovnur: Kontunummar:

Toll- og Skattstovu Føroya, Suðuroyar Øki

Fráboðanin skal sendast til:

FJØLNIR

ISSN 1396-206X

Postsmoga 69

Útgevari:

FO-800 Tvøroyri

Dato:

/

2003

Mars 03

Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK-1620 København V tlf. 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo

_______________________

Blaðið verður sent øllum limum hjá MFS. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til

Undirskrift

18 18

eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr. 100,-. Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Opið mikudag og fríggjadag kl. 16–18. Århus: Opið týsdag kl. 16-18. Bústaðurin er: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C. tlf. 86 13 18 61

Blaðstjórn Bjørg Dam, ábyrgd Katrin D. Apol Annika H. Joensen Helena Højgaard Jóhan Pauli Helgason Øll eru blaðbólkin.

vælkomin

Prent MFS í Keypmannahavn. Prentað 28. Mars 2003 í

Evstamark Tilfar til komandi blað skal vera blaðstjóranum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2003. Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

3


Fjølnir nr.1, Mars 2003 Mynd: Bjørg Dam

Trupla lestrarvalið

Fjølnir nr.1, Mars 2003

“Úr øllum ættum koma vindar”

Anna Christiansen, Limur skrivar

“Føroyingar sum her nú koma saman”

“Fagurt ert tú fosturlandið..”

Kl. 18.00: Huff..... 30 síður eftir... Kl. 18.30: .....25 síður... men síðstu 5 síðurnar mugu lesast umaftur, tí tankarnir vóru ikki heilt til staðar ....grunaði heldur um, hvat plagg, eg skuldi fara í leygarkvøldið... Kl. 18.45: 27 síður.... nei, her er nokkso støvut, treingir virkuliga til at støvast av... Kl. 19.15: Åh, deiliga reint... men bíða... har eru vaskiklæðir í kurvuni... og tað er eisini langt síðani, eg var og heilsaði uppá Jóhonnu...

tí freistandi var at snúgva mær undan stóru og tjúkku bókunum!

Ja, soleiðis sat eg ofta og stríddist við bókunum mítt fyrsta semester á læknalesnaðinum.... ella "stríddist" er kanska í so nógv sagt,

Eg valdi, sum tey flestu í mínum flokki at fáa mær sabbatár. Var klár at vinna mær nøkur oyru og kanska fara ein túr uttanlands. So

Eg varð liðug við student í Hoydølum í ´99 og var sum flestu hinar pisurnar eitt sindur skúlatroytt. Ikki tí, árini í Hoydølum vóru sera góð, og var tað við blandaðum kenslum, eg fekk húgvuna á høvdið - gott at vera liðug, men syrgiligt at siga farvæl við tað góða sociala umhvørvið, eg hevði verið partur av trý tey síðstu árini...

”STRØGET”

“”Vælkomnir føroyingar her í vási”

“Langt burt frá øðrum londum” “Lítið yvir Føroyaland”

“Tú alfagra land mítt” “Tá ið teir sóu landið”

Hvør kennir ikki gomlu føroysku fosturlandsyrkingarnar? eg byrjaði at arbeiða og nýtti lívið - frí fyri lektium! Fór eftir eina tíð á Kibbutz í Ísrael og kom so heimaftur at arbeiða. Men í øllum ævintýrresinum spøkti brennandi spurningurin seg allatíð: Hvat skal eg fara at lesa? Åh, øll spurdu, "nú, Anna, hvat verður tað til? Hvat ætlar tú at lesa?" Tað var gerandiskostur at fáa spurningin settan, og hvørja ferð var svarið, "eg veit ikki". Eg visti virkuliga ikki..... Eg visti bara, hvat eg ikki hevði hug til...

Tíðin gekk, og skjótt hevði eg havt tvey sabbatár! Tankarnir høvdu sveimað víða um hvørja karrieru, eg skuldi velja møguleikarnir stóðu opnir, og eg var um at villast í øllum, sum var at velja ímillum. Men hetta var eitt val, sum mátti takast.... ein lívsleið.... og júst hetta, at tað kom at hava ávirkan restina av lívinum, gjørdi tað so trupult... tað er jú ikki bara hvønn lit, eg kundi hugsað mær eina ávísa troyggju.... Eg sveimaði frá Farmaceuti til Lívfrøði, frá Laboranti til Tannlækna...eg hugsaði og hugsaði.... Jú, mær hevur nú altíð dámt sera væl Genetikk (Arvalæru)! Og júst hetta hevur verið rímuliga nógv frammi í Føroyum síðstu tíðina, so tað høvdu óivað verið góðir møguleikar fyri hesum í Føroyum! Men eg kundi ikki lesa sjálvt Genetikk - so mátti tað vera Lívfrøði, har Genetikkur verður viðgjørdur, men nei, so mátti eg lesa um plantur, algur o.a. - tað tímdi eg als ikki!

Tær fylgja gomlu uppskriftini við fyrst at lýsa tað góða og vakra føðilandið, fara síðani eitt legg í útheimin fyri so at enda at venda heim aftur til oyggjarnar. Tríggjar ungar gentur í Vestmanna skúla arbeiddu síðsta skúlaár við evninum, og

her er so teirra boð upp á eina fosturlandsyrking. Vit í MFS hava, sum tey fyrstu, fingið loyvi at prenta yrkingina. Var tað nakar, sum rópti tey ungu í dag ”den ironiske generation”?

Føroyar Mangar yrkingar eru yrktar og mangar rúnir eru ristar um Føroyar mítt føðiland men nú eru vit øll vorðin samd at vit veruleikan skulu lýsa fólkinum ið okkara oyggjar hýsa. Bøurin grønur er, sigur man um man annars fær høvi at síggja hann tí summarið ofta támut er so kumpas er neyðug á mangari ferð Um veturin reikar seyðurin runt í bygdum og etur alt sum er sunt eplaveltuna trampar hann flata og mong eru tey ið hetta hata sparlar liggja í túsund tali so ikki er gott at detta eftir hæli Langt út á várið er enn kavi og ísur nógvur vindur og tað bara físur miðjan mai eg sá kavafonn trúgv tí ella ei, men søgan er sonn Talið á strondum er lætt at læra tí tær eru fáar og fullar av tara vatnið er kalt sum ísur og gler og ikki sum í stóru verð

Hvítar strendur í pálmaskugga summar og sólskin ja hetta er lukka men hvat er nú hetta her gongur eitt dýr ja her er nú meira lív enn man trýr vespur, flugur og har er ein bi ongastaðni fái eg frið mær leingist so illa heim til mítt land við tara á strond og kølgráan sand Herborg Silja , Sigrið og Rúna

Mynd: Bjørg Dam

4

17 17


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Starvsvenjing sum partur av hægri lestri heima. Tað var t.d. ein rættiliga løgin kensla at vera í einum milliónbýi og ongan at kenna. Tá kendi eg meg sera einsamalla, men lærdi skjótt nýggj fólk at kenna, og so er tað eingin trupuleiki longur. Annars kann eg ikki rættiliga koma í tankar um nakað sum so... Jú, eitt aftrat: Tær báðar týsku genturnar, sum eg búði saman við, vóru ikki altíð líka raskar at rudda upp eftir sær og at vaska upp, tað kundi onkuntíð vera rættliga irriterandi... HNP: Tað var at skula heimaftur!! Eg treivst so væl, og tíðin gekk alt ov skjótt eftir mínum tokka. Annars so var eg í Washington samstundis sum tann sokallaði sniparin, ella snigskjúttin herjaði, og hetta skapti eitt sindur av ótta heima um meg, haldi eg. Tað var eitt sindur keðiligt at fólk heima gingu og hugsaðu um meg og vóru bangin, meðan eg sjálv ikki hugsaði so nógv um tað. FF: Hvat hava tit so lært ella fingið burturúr? GW: Umframt at hava fingið innlit í hvussu ein sendistova er skrúvað saman, og hvussu arbeiðsgongdin er, havi eg eisini lært nógv um búskaparlig og politisk viðurskifti í Týsklandi. Eg havi eg eisini betrað munandi um tað málsliga.... HNP: Avgjørt tað sama. Sjálvt um arbeiðsmálið á ambassaduni er danskt, so gjørdust mítt enska munandi betri hóast hetta. Alt annað fór jú fram á enskum sjálvandi, so tú venur teg við tað. Eisini vil eg siga at mítt danska gjørdist betri, tí nú vóru ongir føroyingar at práta við, í mun til í Danmark, har tú altið kann finna onkran. Eisini havi eg lært nógv

framhald frá undanfarnu síðu….

um amerikanskan uttanríkispolitik, Guðrið til arbeiðis á donsku sendistovuni í Berlin. og amerikanska samfelagið sum heild. Eg fann útav, at eg var full av fordómum HNP: mótvegis amerikumonnum, sum eg Fullkomuliga samd! so var noydd at viðganga vóru ósannir. Hetta haldi eg var sera FF: At enda fari eg at takka mennandi fyri meg at læra. tykkum fyri, at tit vildu vera við, tað var sera áhugavert, at hoyra FF: Er hetta nakað, ið tit kunnu um tykkara royndir. mæla øðrum til? GW: Ja, heilt avgjørt. Tað er eitt upplivilsi fyri lívið!

Skrivstovufólk til MFS skrivstovuna Hevur tú hug til at gerast partur av livandi studentafelagsskapi? Tann 1. mai er starvið sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá MFS í Keypmannahavn leyst at søkja. Starvið fevnir um - vanligt skrivstovuarbeiði so sum bóking, skráseting, postavgreiðslu og skrivstovuhald annars. Partur av arbeiðinum er eisini at leita fram upplýsandi tilfar um lestur og grunnar av ymsum slag. Harafturat skal skrivstovufólkið taka sær av sambandinum við limirnar gjøgnum post, teldupost og viðtalu á skrivstovuni.

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Jú, so fall valið á Læknalesnaðin! Ótrúligt! Eg hevði tikið eitt val! Valdi Læknalesnaðin einamest tí, at so hevði eg møguleika at koma inn á evnið, sum hevði mín størsta áhuga, og harafturat helt eg sjálvandi eisini, at læknafakið virkaði tiltalandi. Eitt spennandi fak við alskyns møguleikum eftir loknan lesnað heimurin stóð opin! Åh, deiligt nú kundi eg hava eitt svar klárt, tá fólk spurdu, hvat eg ætlaði at lesa... men einamest var deiligt at hava svarið greitt fyri mær sjálvari! Eg byrjaði so á Panum í sep. 2001. Var sera spent og ynskti, tað var tað rætta fyri meg. Eg var eisini eitt sindur fjálturstungin, tí eg visti ikki rættuliga, júst hvat eg var byrjað uppá... Eg fann tó rímuliga skjótt útav, at nei.... hetta tímdi eg ikki! Lesa 50 síður um hjartað, 40 síður um blóðið, 60 síður um lungu... nei, eg kvaldist! Hvar var Genetikkin? Hevði so vónað, at læknafakini fóru at fanga mín áhuga... men, nei... Genetikkin var alt ov lítil í heildini av læknafakunum, at tað sindrið av Genetikk, vit høvdu, kláraði ikki at halda vónini hjá mær uppi. Harafturat var hetta nokk heldur ikki heilt tað rætta fyri meg og mína særtu sál, tí lósu vit t.d. um krabbamein, ja so hevði eg øll symptomuni dagin eftir! So eg visti næstan beinaveg, at hetta fór ikki at ganga... men, treiska Anna royndi at hanga í, tí hvat nú um mær kanska fór at dáma tað? Hvat um tað bleiv meir spennandi komandi semester? So komu jólini, og eg fór, sum flestu hinir útisetarnir, heim til Føroyar at halda jól. Vit høvdu eina roynd hálvan januar, so allar bøkurnar vórðu sjálvandi tiknar heim við - kuffertið var á markinum til yvirvekt! Men eg mátti tó skjótt ásanna, at eg eins væl kundi latið bøkurnar ligið eftir á kollegiekamarinum! Alt annað var meir spennandi um jólini enn at lesa um hjartarytmu og kemiskar líkningar.... men

Vit ynskja – at tú ert fyrikomandi, hevur tíð og hug til at seta teg inn í arbeiðið hjá MFS og dugir at arbeiða við teldum á brúkarastøði. Arbeiðstíðin – er 8 tímar um vikuna. Skrivstovan er opin miku- og fríggjadag 16.00-18.00, og hinar 4 tímarnar leggur skrivstovufólkið sjálvt.

Umsóknir – skulu vera okkum í hendi tann 15. apríl. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði av MFS-ráðnum. MFS, Vesterbrogade 17A. DK-1620 København V

royndin lá ikki fyrr enn 16. januar, so eg kundi jú altíð lesa eftir nýggjár! Eitt sindur í døpurhuga og máttleys gekk leiðin niður aftur til Keypmannahavnar fyrst í januar hvat mundi hetta fara at enda við? Manglandi stríðsandin og ágrýtni í jólafrítíðini helt tíverri áfram inn í januar mánað - nei, fakta var, at eg tímdi ikki at lesa til lækna. Eg mátti kasta hvíta handklæðið í ringin....

Eg valdi tí at gevast... tímdi ikki at stríða meg ígjøgnum nakað, eg ikki var glað fyri, og sum eg ikki føldi, var tað rætta fyri meg! So ja, eg fór at gevast... men eg tók líka royndina við, tí um eg nú broytti meining og ynskti at halda áfram, so varð kravt, at eg hevði verið til roynd.... var tó ikki neyðugt at bestanda... Leiðin gekk tískil aftur til Føroyar fyrst í februar... hesu ferð uttan bøkur! Eg valdi at framleiga kollegiekamarið og fara heim á klettarnar at samla tankarnar um brennandi spurningin, hvat Anna nú skuldi finna uppá at lesa? Nú stóð eg aftur á berum - føldi eitt sindur, sum eg hevði fingið ein frammaná og var aftur eins blonk og óvitandi um karrieruval, sum tá eg so glað og fitt stóð sum nýklakt pisa! Nú vóru 2 1/2 ár liðin, síðan eg fekk húgvuna á høvdið, og enn hevði eg ikki funnið útav, hvat eg vildi við lívinum! Føldi tað eitt sindur frustrerandi - hvat var galið við mær?! Hví kundi eg ikki taka eitt val? Hevði gjørt alt fyri at fáa eitt gott studentsprógv, men hvat nyttaði tað, tá eg ikki visti, hvat eg skuldi brúka tað til...? Eg byrjaði so aftur at arbeiða, og eftir arbeiðstíð varð dúgliga blaðað í nógv brúktu bókini "Hvad kan jeg blive?". Hon var so slitin eftir hondini... dugdi hana næstan uttanat! Hóast eg føldi meg í villareiði, angraði eg aldri mína avgerð at gevast - eg føldi tað sum ein slíkan lætta - var sum ein steinur var tikin av mínum herðum! Og aldri

føldi eg tað sum skomm at gevast og venda nøsini heim... jú, hugsaði eitt sindur um tað, áðrenn eg gavst, at ja, nú fóru øll at siga, at "vit vistu, hon ikki fór at halda út.... vistu, hon fór at gevast!" Men nei, haldi, øll tóku væl ímóti mær, tá eg var heima aftur - tey stuðlaðu mínari avgerð. Ein segði við meg, "Anna, tú skalt ikki skamma teg... tað ger einki. Tað er sera flott, at tú fylgir tínum ynskjum og ikki bara heldur út fyri at geva eina góða mynd til onnur!". Eg hugsaði bara við mær sjálvari "skamma meg?!" Eg skammaðist als ikki Tíðin gekk og nærkaðist, til eg aftur skuldi senda umsókn/ir inn til komandi árs lesnað. Eg hugsaði og hugsaði... vitjaði dúgliga LFÚ og blaðaði víðari í "Hvad kan jeg blive?"! Valið fall á Jarðamóður og Sálarfrøði. Jú, helt hetta vóru tvey spennandi fak, men tað vísti seg, at fyri at sleppa inn á Jarðamóðurskúlan, var kravt, at eg hevði minst "18 måneders relevant arbejdserfaring", og hetta hevði eg ikki! Tískil fór umsóknin í postkassan við einum stórum X út fyri Sálarfrøði! *3. gangsreglen Har man 2 gange været optaget på en videregående uddannelse uden at have afsluttet disse, vil man, hvis man på ny søger optagelse på en videregående uddannelse, blive placeret sidst blandt ansøgerne, uanset kvotient og kvote 2kvalifikationer. Man kan dog, samtidig med at man indsender selve ansøgningsskemaet, søge dispensation, hvis der er gode grunde til, at man sprang fra de 2 første uddannelser. Får man en sådan dispensation, behandles ens ansøgning på linje med de øvrige ansøgere. les meira www.kot.dk

Eg vil siga, at trýstið at velja rætt aðru ferð*, var sera stórt! Reglurnar eru tær, at ein fær bert møguleika at byrja uppá útbúgving innanfyri KOT tvær ferðir - t.v.s., at um tað nú vísti seg, at Framhald á næstu síðu...

www.mfs.fo

16

5


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Trupla lestrarvalið

framhald….

Anna Christiansen, Limur skrivar

Sálarfrøði heldur ikki var tað rætta fyri meg, ja, so var mín kvota uppbrúkt, og eg kundi ikki søkja um upptøku til útbúgving innan KOT eina 3. ferð... jú, til ber at royna upptøku til eitt fak, sum ikki er so væl umtókt og tí ikki so trupult at sleppa inn til eskimiologi ella okkurt tílíkt, men tað hevði nú ikki mín heilt stóra áhuga. Tískil setti hendan "2-gangs-kvote" stórt trýst á meg, og eg visti, at hesuferð var virkulga neyðugt at velja rætt! Eg valdi Sálarfrøði, men hvssu kundi eg vita, um tað var tað rætta fyri meg? Eg kendi eitt sindur til Freud og Jung, og helt fakið var spennandi, men eg hevði onga hóming av, hvussu tað mundi fara at vera at lesa tað á hægri støði... Haldi ikki, tað ber til at vita, hvat ein fer í gongd við sum lesnaði. Óroyndur og bláur verður farið inn í eitt fak, og eg trúgvi, at sjálvt tey, ið byrja uppá ein lesnað, tey hava droymt um frá barnsbeini av, skjótt kunnu ásanna, at hetta var nú ikki júst tað, tey høvdu vónað og droymt um. So eg var eitt sindur bangin... hvat

nú... nei, vildi ikki hugsa tað... men so stóð eg altso gott í tí... Eg byrjaði uppá Sálarfrøði 1. september 2002. Mundu Freud, Jung og aðrir stórthugsandi menn fara at hugtaka meg.. ? Jú, eg føldi straks, at hetta var heilt nakað annað. Visti jú frá árinum frammanundan, hvussu tað kendist at vera "malplaceraður", og ta kensluna hevði eg als ikki nú! Tað var ein heilt onnur atmosfera í skúlanum - eg fall væl til í klassanum, og øll vóru/eru fitt og fyrikomandi. Í mun til árið fyri, føldi eg nú, at eg var á jøvnum føti við mínum samlesandi. Eg væntaði, eg fór at vera elst í klassanum, men so varð ikki... Aldursmunurin millum tey fyrsta árs lesandi er sera stórur - á mínum "holdi" er tann yngsta 18 ár, meðan tann elsta er 37... so eg var enntá í yngra endanum, deiligt! Eisini var deiligt hjá mær at vita, at umleið helvtin av teimum á "holdinum", høvdu verið undir aðrari útbúgving fyrr - soleiðis fekk eg váttan fyri, hvussu vanligt tað er at skifta lesnað! Nú eri eg í gongd við 2. semester og siti og hugsi aftur á síðstu árini við truplum avgerum og avsluttaðum læknalesnaði. Huff, tað hevur verið ein trupul tíð, men eg angri einki!

Angri ikki, eg byrjaði uppá Læknalesnaðin - als ikki!

sum umhugsa at gevast við sínum lesnaði, at fylgja sínum ynskjum! Um tey ikki eru glað fyri sín lesna, er bara at skifta til okkurt, tey halda vil gera tey glaðari. Sjálvandi skal ein hugsa seg væl um, tí neyvan slepst undan niðurtúrum í einumhvørjum lesnaði, men eg trúgvi, ein veit og kennir við sær sjálvum, tá tað er komið so mikið langt, at man ikki tímir longur! Tá hugurin at lesa ikki er til staðar longur, er tíð at gevast og umhugsa nýggjar leiðir. Vil eisini siga fyri mítt viðkomandi, at eg eri sera glað fyri, at eg gavst longu eftir 1. semester - at eg ikki stríddi meg ígjøgnum fleiri ár bara fyri at vera treisk. Glað fyri, at eg ikki "spilti" ov nógva tíð, men fór beint í gongd við næsta lesna. So nú kunnu tit ætla, at mín dagur og lesnaður er ein heilt annar enn dømi í byrjanini av greinini. Nei, eftir loknan skúladag, sær tað meir soleiðis út nú: Kl. 18.00: 30 síður eftir... åh nei, bara 30 síður....? Kl. 18.30: 20 síður eftir... svongdin ger tó um seg, so ein góður náttverðabiti sleppur niðurum! Kl. 20.00: Lesi síðstu síðuna og siti so hálvan tíma hugtikin um tað, eg júst havi lisið! ......Helst tók eg í so rívan til nú. Jú, víst kemur tað fyri, at tankarnir, meðan eg lesi, leita til støv, vaskiklæðir og Jóhonnu..... ?

Eri glaði fyri, eg royndi tað, tí nú fari eg ikki at angra tað seinni, at eg ikki gav tí ein møguleika! Fari ikki at sita sum 40 ára gomul og hugsa, at Læknaleiðin hevði verið tann rætta fyri meg. Eg vil siga, at Læknalesnaðurin óivað førdi meg inn á leiðina, eg seinni valdi - eina leið, eg í dag eri sera glað fyri.. so glað, at bøkurnar faktiskt blivu opnaðar um jólini!

Fjølnir nr.1, Mars 2003

donskum studentaflokki, ið var á vitjan. Tíverri var eg ikki í Hvítu Húsunum, tí atgongdin var sera avmarkað eftir 11. September. Heldur ikki slapst tú inn í Pentagon, men um tað ikki var fyri umvælingararbeiðið, so hevði eg kunnað spákað ein túr inni í FBIbygninginum. Eisini er gott býarlív í býnum, og ikki bert fríggja- og leygarkvøld, men øll kvøld í vikuni. Allar best dámdi mær, tá eg var burtur aðrastaðni í vikuskifti. USA er eitt risaland, og fjarstøðurnar eru øgiligar. Eg var eitt vikuskifti í Boston, og tók flogtúrurin næstan líka leingi sum tað ger at flúgva til Føroyar úr Danmark. So vitjaði eg eisini sjálvandi New York, og munurin á hesum báðum býum var øgiligur. Washington tóktist sum eitt annað Keypmannahavn, tá man kom aftur frá New York, lítið og vælkent. FF: Hvat var tað stuttligasta við at vera burtur? HNP: Tað var avgjørt tey tingini ið frítíðin gekk við. Eitt vikuskifti vóru vit 7 praktikantar ið leigaðu ein minivan, og koyrdu heilt norður til Kanada. Málið var Niagara Falls, og tá vit komu haðar, kundu vit eins væl halda áfram, og seta fót í Kanada eisini. Ein langur túrur, men eisini ógvuliga stuttligur. Eitt annað, ið eg fegnaðist sera nógv um, var tað góða veðurlagið. Veðrið var av tí allarbesta heilt til oktobur mánað, heitt og turt, og ljóst. Líka sum í Føroyum kann tað tó skifta sera bratt, og hetta mátti øll mín familja ásannað, tá tey vitjaðu á jólum. Jólaaftansmorgun sótu vit uttanfyri á terrassuni og ótu morgunmat í sólini, og um kvøldið tá vit settust at eta jóladøgurðan, var alt kavaklætt uttanfyri!! GW: Eitt tað stuttligasta við at vera burtur er uttan iva øll tey upplivilsini man fær við sær heimaftur. Einaferð var eg við stjóranum og lurtaði eftir Kong Abdullah II Bin Al-Hussein úr Jordan, ið fortaldi um leiklutin hjá

At enda vil eg siga til tey,

Halla við Niagara Falls Jordan í samband við miðeysturkonfliktina. Tað var sera áhugavert, og eisini eitt sindur óveruligt at vera so tætt uppá. Tað var eisini eitt sindur ræðandi at síggja, hvussu strong trygdareftirlit eru rundanum tílík fólk. Politibilar, trygdarfólk og politifólk allastaðini. Eina aðru ferð varð eg send til ein fund í týska uttanríkismálaráðnum. Við á fundinum vóru 25 diplomatar av ymsum sendistovum í býnum. Øll vóru ílatin jakkasett, og vóru eini 1020 ár eldri enn eg. Vit sótu so við eitt stórt ovalt borð, meðan týskir embætismennn greiddu frá um eitt ávíst evnið. Eg kendi tað næstan sum um eg var við í einum filmi. Henda dagin var eg ikki farin í obligatoriska jakkasettið, men sat har í míni ’komfortablu’ bundna-troyggju. Stuttligt var tað eisini, tá ið fundurin var at enda komin, og fólk fóru hvør til sítt. Eg traðkandi á míni gulu damusúkklu, meðan hini struku framvið í skínandi diplomatbilum. Eg haldi ongantíð, at eg havi kent meg so ’malplaceraða’ í lívinum, men eitt upplivilsi, tað vat tað heilt sikkurt.

Í samband við landsdystin Týskland -Føroyar ringdu nógv tíðindafólk til donsku ambassaduna fyri at fáa eitt sindur meiri at vita um Føroyar. Av tí at eg var einasti føroyingur á ambassaduni, gjørdist eg knappliga ein eftirspurdur persónur. Dagarnir uppundir dystin tosaði eg tí við tíðindafólk, sum spurdu meg um alt frá hvussu ’Tor’ eitur á føroyskum til hvussu føroyski tjóðsangurin eitur á týskum. Hetta var løgið, men eisini eitt sindur stuttligt at royna. Eg fekk annars møguleikan at síggja dystin sjálv, av tí at borgarstjórin í Hannover hevði sent nakrar billettir til sendistovuna. Av øðrum upplivilsum kann eg nevna ein sauna-túr á finsku ambassaduni, ymiskir fundir á svensku ambassaduni, fyrilestur við EU-kommisserinum Michaele Schreyer, vitjan av Anders Fogh Rasmussen, vitjan av Bent Bendtsen o.m.a. FF: Hvat var tað keðiligasta við uppihaldinum? GW: Hmm, ja í fyrstani var tað kanska eitt sindur torført at vera burturi frá teimum kæru har Framhald á næstu síðu......

Mynd: Bjørg Dam

6

15


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Starvsvenjing sum partur av hægri lestri Hetta vóru í stóran mun skúlanæmingar, og eisini lærarir, sum vildu læra meira um Danmark. Aðrar fastar uppgávur vóru t.d. at halda heimasíðuna ajour hvørja viku, og at lesa donsku fjølmiðlarnar og gera ein lítlan tíðindasamandrátt á enskum til heimasíðuna. Síðani var ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum var tað mær dámdi best. Eg var til pressifundir vid ymiskum kendum og ókendum fólkum, og skuldi so greiða frá, hvat niðurstøðurnar vóru haðani. GW: Eg arbeiddi í politisku og búskaparligu deildini, og arbeiðið har fevnir sera vítt. Deildin arbeiðir við teimum klassisku sendistovuuppgávunum, tvs. at veita donsku stjórnina frágreiðingar, rapportir, analysur og annað kunnandi tilfar. Eg hevði nøkur serlig politisk og búskaparlig øki, sum eg skuldi taka mær av. Hetta kundi t.d. vera at eygleiða hvørjar hugsanir týska stjórnin hevði til ávís evni. Nógv av tí, sum eg arbeiddi við var og er ’fortroligt’ og kann tí ikki endurtakast her. Umframt hesa uppgávuna bleiv eg send við til fundir og fundir úti í býnum. Hetta var ofta sera spennandi tiltøk við kendum politika-

rum og embætismonnum. Afturkomin á sendistovuna skuldi eg so gera eina frásøgn um hvat var farið fram. Annars tók eg mær av ymiskum umsitingarligum arbeiði. T.d. svaraði eg fyrispurningum frá týskarum, sum spurdu um donsk ella føroysk viðuskifti. Annars høvdu vit eisini nógvar vitjanir av skúlaflokkum á sendistovuni. Í hesum sambandi var eg biðin um at halda framløgur um politisk og búskaparlig viðurskifti í Týsklandi. Vit fingu mest vitjan av studentaskúlanæmingum, men lesandi frá lærdum háskúlum taldust eisini millum gestirnar. Tá var eg kanska eitt sindur eyka ’nervøs’, tí tá krevst óivað, at framløgan er á einum sindur hægri støði. FF: Hvat var frítíðin nýtt til? GW: Frítíðin var í stóran mun nýtt til at læra býin Berlin at kenna. Har eru nógv kend og søgulig støð, sum eru áhugaverd at vitja. Harumframt er ein ørgrynna av ymsun sjónleikarapallum, tónleikastøðum, lista- og náttúrusøvnum og somuleiðis forngripagoymslum. Møguleikarnar eru óendaligir. Tíverri náddi eg

Guðrið saman við hinum praktikantunum í Berlin. Aftanfyri hómast svenska og finska sendistovan.

framhald frá undanfarnu síðu….

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Hugleiðingar úr Aarhus

Jákup Sverri Kass ráðslimur og skrivstovufólk í Aarhus, Hugleiðir langt frá at síggja alt. Eg royndi eisini at fáa tíð til vitja aðrar partar av landinum. M.a. vitjaði eg býirnir Frankfurt Oder, Stuttgart, Karlsrue, Ohringen og Hannover. Mær dámdi serliga væl sunnara part av landinum. Landslagið er sera vakurt, og fólkini eru ómetaliga blíð. Annars fekk sendistovan leypandi innbjóðingar til alt millum himmal og jørð, og á henda hátt fingu vit praktikantar atgongd til ymisk tiltøk úti í býnum aftaná arbeiðstíð. Eg var t.d. á Grand Hotel Esplanade, sum er eitt fimm -stjørnað luksushotel, í ”Harry’s New-York Bar” og lurtaði eftir ambassadørinum frá Kypern greiða eitt sindur frá politisk og búskaparlig viðurskifti í hansara heimlandi. Eina aðru ferð var eg á bretsku sendistovuni og lurtaði eftir einum fyrilestri um fakfelagsviðurskift innan ES. Tílík tiltøk vóru nógv í tali, og sum oftast varð borðreitt við onkrum at eta og drekka aftaná. Hetta dámdi okkum fátæku lesandi avbera væl. Spennandi var tað eisini at síggja fólk, sum man vanliga bara lesur ella hoyrir um í fjølmiðlunum. HNP: Mín frítíð var nýtt á sama hátt sum Guðrið’sa. Vit vóru 10 praktikantar, so har var altíð onkur, ið tímdi við tær at síggja ella uppliva eitthvørt spennandi tiltak. Washington er ein fantastiskur býur, við eini ørgrynnu av tilboðum, so vit royndu at síggja og uppliva so nógv sum gjørligt. Har eru hópin av listasøvnum, og øll ið hoyra undir The Smithsonian Institute eru ókeypis at vitja. Hetta kemur sjálvandi væl við, tá ein er óløntur praktikantur! So eru sjálvandi eisini allir teir søguligu amerikonsku almennu bygningarnar, sum vit altíð síggja í sjónvarpinum. Eg var inni í Capitol, stjórnarbygninginum, og fekk ein rundtúr saman við einum

14

Hví munnu fólk velja at fara til Árhus at lesa, tá ið leiðin kann ganga til Keypmannahavnar? Er tað av tilvild? Er tað reint og slætt útbúgvingin - hon fæst kanska bert í Aarhus? Møguliga søkti ein útbúgvingarmøguleikan í Keypmannahavn sum 1.prioritet, men slapp ikki inn og endadi tískil í Aarhus? Fann onkur sær damu ella sjeik úr Aarhus? Grundgevingarnar hjá okkum munnu vera nógvar og ymiskar. Teir gomlu plagdu at taka til, at jútar vóru meira “niðri á jørðini” enn sælendingar. Tað sigst, at fólk her í Jútlandi skulu vera eitt sindur róligari, eitt sindur meira arbeiðssom, skunda sær ikki so nógv og duga væl at “hygga”, tá ið stundir eru til tess. Ein kann eisini freistast til at hugleiða um eina pisu standandi mitt á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Tað einasta hon sær í hesum stórbýi, eru bygningar, sum eru upp til tvær

ferðir so høgir sum Hafnia. Nógvur larmur er at hoyra, og alt virkar so stórt og fjart. Tað gongur eisini upp fyri pisuni, at hon noyðist at gera ein dagstúr, um hon ynskir at vitja vinir og kenningar, ella um hon ætlar sær at síggja ein fótbóltsdyst. Tað kann alt virka so møtumikið fyri hesa nýklaktu pisu, sum er farin sín fyrsta túr. Men pisan, sum stendur á Gamle Torv í Aarhus, sær veruleikan annarleiðis. Tí her í Aarhus er alt ikki so stórt, og tað er munandi styttri til vinir, kenningar og fótbóltsdystir. Sjálvt um tað ivaleyst eru fleiri brekkur í “Smilets by”, enn tað eru í Keypmannahavn, so verður hon ikki noydd at súkkla í meira enn 5 min. til tess at koma burtur frá stórbýarresinum. Eftir hesar 10 min. hoyrir pisan fuglasong, hon sær grønar fløtur, hon sær havið og eisini sær hon hús - verulig hús. Ja, sigast kann, at umstøðurnar eru ymiskar hjá

Áarstova, húsið har MFS og Føroyingafelagið í Aarhus halda til. hesum báðum pisunum. Seinastu tvey árini hevur føroyingafelagið í býnum merkt at tilgongdin hevur verið væl størri enn frágongdin. Hetta er uttan iva tí, at alt fleiri føroyingar hava valt Aarhus til lestrarbý. Nú er bert at vóna at hendan tilgongdin heldur áfram, soleiðis at býurin verður eitt gott stað fyri føroyingar undirútbúgving.

Skjótast

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-

Dimmu og Internet- Sosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS 7


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Starvsvenjing sum partur av hægri lestri

Robinson, veitlsa og góður dansitónleikur Annika H. Joensen og Bjørg Dam, skriva Í fjør fylti MFS 40 ár, í tí sambandi skipaðu vit fyri stórslignari veitslu í Føroyahúsinum við borðhaldi, undirhaldi, sangi og góðum mati. Hetta var ein sera væleydnað veitsla við nógvum fólki, ið lótu sera væl at. Tí hildu vit, at tað kanska var brúk fyri líknandi árligum tiltaki, har karmarnir eru eitt sindur øðrvísi enn vanligt, sum t.d. til dansir og kafékvøld. Vit gjørdu tí av at royna hetta

tiltak enn einaferð. Vit byrjaðu fyrireikingarnar í góðari tíð, tí vit høvdu jú veitsluna frá í fjør í bakhøvdinum og vildu helst, at henda veitlsan skuldi vera á sama støði sum síðsta ár. Um veitslan var eins góð ella betri, er eitt sindur torført at meta um. Luttøkan var ikki eins stór og síðstu ferð, men lagið var sera gott, serliga tá ið sangurin

kom í gongd, og fólk høvdu funnið seg til rættis við borðini. Fólk lótu serliga væl at skemtinum, ið varð skipað sum ein Robinsonkapping millum borðini. Til dansin høvdu vit, við stuðuli frá Flogfelag Føroya, fingið eitt tað best dámda dansiorkestrið at spæla. Tónleikarar vóru Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen og Pauli Magnussen.

Prát við Guðrið Weihe og Hallu Nolsøe Poulsen sum báðar lesa stjørnumálafrøði á KU og sum vóru í praktik ílutfallsliga Berlin og Washington.

verið á donsku sendistovuni í Washington á fjølmiðla-, kunningar- og mentanardeildini. Vit hava hitt tær báðar, og spurt eitt sindur nærri til hvat tær hava upplivað og lært hesa tíðina tær, hava verið burturi.

Síðani Altjóða Skrivstovan (ASK) í Tórshavn lat upp hevur nógv verið fokuserað uppá tað at nema sær útbúgving uttanfyri danska kongaríkið. Eingin ivi er um at føroyska samfelagið fær stóra gleði av at tey ungu lesa kring allan knøttin, men ofta verður gloymt, at tað eisini er møguligt at sameina lestur í Danmark við lestur í frem-mandum londum. Lestrarstøðini í Danmark fáa ofta sera góð ummæli, tá ið altjóða kanningar verða gjørdar. Donsku útbúgvingarstøðini hava eisini samstarvsavtalur við nógvir útlendskir lærustovnar.

Frásøgufólk (FF): Hvussu fekst hetta í lag, og hví søktu tit um starvsvenjingarpláss uttanlanda?

Ein triðji møguleiki er at søkja um starvsvenjingarpláss uttanlanda, og á henda hátt fáa eina altjóða bakgrund. Hetta hava tær báðar Guðrið Weihe og Halla Nolsøe Poulsen, báðar stjórnmálafrøðislesandi við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, roynt í vetrarhálvárinum 2002. Guðrið Weihe (GW) hevur verið á donsku sendistovuni í Berlin í tí politisku/búskaparligu deildini og (HNP) Halla Nolsøe Poulsen hevur

Frásøgn frá veitsluni. Stásiligt varð dekkað upp og pyntað kl.18.30, tá lættsintu og vælkløddu gestirnir komu til MFS–veitsluna 2003. Eitt sindur færri í tali enn væntað, men lagið var av tí besta. Spent sessaðust vit. Nýggi formaðurin í MFS, Katrin D. Apol, bjóðaði vælkomin og helt eina lítla røðu um eksistens-grundarlagið hjá MFS (sí oddagrein). Borðhaldið var sera hugnaligt og stuttligt, og einastandandi góði maturin legði ein serligan dám á borðhaldið. Frálíka gittarundirspælinum tók Rókur Jákupsson sær av, og saman við Kára Davidsen, ið royndi seg sum konferencier fyri fyrstu ferð, skipaði hann fyri sanginum undir borðhaldinum. Her skal verða sagt, at tað komu teir báðir sera væl frá.

Katrin D. Apol bjóðaði vælkomin og helt røðu um tilverugrundarlagið hjá MFS.

MFS´ararnir skipaðu fyri einari øðrvísi útgávu av eini Robinson kapping, sum vit kenna tær á TV3. Kappingin var millum borðini, fýra í alt, í fimm umførum. Fyrsta umfar var ein flennikapping, síðani varð farið til ølstafett, pottasláttur (tað var Framhald á næstu síðu...... 8

Halla frammanfyri Hvítu Húsini.

GW: Eg hevði rættiliga tíðliga í útbúgvingini avgjørt, at áðrenn eg gjørdi meg lidna, so skuldi eg ’út’ eitt lestrarhálvár. Vetrarhálvárið 2003 var síðsta lestrarhálvár áðrenn farast skuldi í gongd við ’specialið’, og so var tað heilt náttúrligt, at eg fór avstað tá. Eg valdi eitt starvsvenjingarpláss í staðin fyri eitt lestrarpláss. Hetta komst av, at eg hevði hug at royna okkurt heilt annað enn at lesa aftaná 4 ár á universitetinum. Orsøkin til at eg valdi Týskland er fleirføld. Týskland er søguliga eitt sera spennandi og áhugavert land, harafturat dámar mær væl týska málið. Ein onnur orsøk var, at eg hevði hug at royna meg í almenna sektorinum, tí at eg frammanundan hevði royndir frá eini privatari ráðgevingarfyritøku. Reint praktiskt fekst uppihaldið í lag við at senda nakrar umsóknir avstað til tey støð, sum eg var áhuga í. Eg fekk játtandi svar frá fleiri sendistovum, men Týskland varð sum áður nevnt valt framum hini støðini. So var at fáa lærustovnin at góðkenna uppihaldið. Hetta verður gjørt via eina ’forhåndsgodkendelse’ frá avvarðandi útbúgvingarstaði. Tað er annars torført at siga nakað generelt um tað at fara í starvsvenjing, tí reglugerðirnar eru so ymiskar frá skúla til skúla. Summi støð góðtaka ikki starvsvenjingartíð sum part av

lestrinum, meðan onnur góðskriva tær tíðina tú hevur verið burturi, uppaftur onnur góðskriva bert ein part av tíðini. Og so var tað alt hitt: At finna útav, hvar man skuldi búgva, hvussu nógv tað kostaði, tryggingarviðurskifti skuldi fáast í rætt lag, og sjálv ferðin skuldi eisini tilrættisleggjast. HNP: Eg varð vorðin eitt sindur troytt av lesnaðinum, og hevdi hug at royna okkurt nýtt. Eg hugsaði beinanvegin um at søkja starvsvenjing á eini sendistovu, tí eg hevði ikki hug at fara til eitt fremmant land at lesa, tá eg longu her í Danmark helt meg troyttast av lesnaði. Eg søkti upprunaliga mest sendistovur í Eystureuropa, tí tær eru ikki so stórar, og samstundis stóð útvíðkanin av ES fyri durum, so hetta var eitt hendingarríkt tíðarskeið. Tá eg so av tilvild sá uppslagið um plássið í Washington, helt eg, at tað kundi eg líka so gott royna. Eg var sera bilsin tá tey so síðst í marts ringdu úr Washington og vildu gera eitt telefoninterview. Tað gekk væl, og uml. eina viku seinni fekk eg so boðini, at eg hevði fingið plássið. Uttanríkismálaráðið skipaði fyri at søkja visum, og so var bert at fáa pappírini í lagi frá skúlanum. FF: Hvat arbeiddu sendistovunum?

tit

við

á

HNP: Mín deild hevði í samband vid danska formansskapin í ES til uppgávu at eygleiða allar teir størstu fjølmiðlarnar í USA, og so skriva frágreiðingar heim til Uttanríkismálaráðið um, hvat stóð at lesa, og um hvussu amerikanarir heilsaðu ymiskum tiltøkum vælkomnum. Hetta var fastur táttur í mínum degi, og tað fyrsta eg tók mær av hvønn dag. Eitt annað ”fast innslag” hvønn dag, var at svara sokallaðum borgaraáheitanum, t.v.s. at senda svar og/ella upplýsandi tilfar út til øll sum vendu sær til sendistovuna. Framhald á næstu síðu...... 13


Fjølnir nr.1, Mars 2003

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Flóvin argumenterar dúgliga fyri hví WC pappírið skal rullast úteftir og ikki inneftir! Alma greiðir frá hví lítlifingur er besti fingur.

Rókur Jákupson spældi gittar undir sanginum.

jú føstulávint), eina skemtiliga “penn-í-fløsku”kapping, og sum rosinan í pylsuendanum kom eitt argumentatiónsumfar, har hvørt liðið hevði fingið sítt evni at argumentera fyri. Tey fýra – heldur banalu – evnini vóru hesi: 1. Hví tosar tú við barnarødd við djór? 2. Hví er lítlifingur besti fingur á hondini? 3. Hví gelur hanin og ikki hønan? 4. Hví skal wc-rullan rullast úteftir og ikki inneftir? Hetta vísti seg at gerast avgerandi

og mest undirhaldandi umfarið, og vóru tað nøkur sera skemtilig og at kalla løgin argument, ið komu fram. Ringt er at greiða frá hesum í orðum – tú skuldi verið har! Tá ið borðhaldið var at enda, varð dansað frá borðinum, og Hendrik Egholm skipaði dansinum. Dyrnar lótu upp fyri almenninginum um 23-tíðina. Tá byrjaði dansurin, og tónleikararnir fingu veruliga prógvað, hví teir verða mettir sum føroya bestu. Alt í alt gjørdist hetta eitt sera gott kvøld, sum limirnir vóru væl nøgdir við. Tað er fyrst og fremst tað, ið vit í MFS eru glað fyri, og er hetta avgjørt eitt tiltak, ið verður tikið upp aftur komandi ár.

Kári var konferencier

c´´) Hendrik fær í so nógva vegleiðing til at sláa pottin !

Turpin gjørdi sítt til at borðið vann flennikappingina. 12

9


Upplýsing

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Margfalda ella skræð umsøknarblaðið úr Fjølni. Umsøknarblaðið kann eisini fáast á www.studulsstovnurin.fo

Fjølnir nr.1, Mars 2003

Árliga ferðaískoyti frá Stuðulsstovninum Nú er aftur tíð at hugsa um at søkja um ferðaískoyti, um tú ætlar tær at fáa peningin útgoldnan, innan ferðaseðilin heim til Føroya í summarfrí skal gjaldast. Freistin at søkja er 31. juli, men um tú klárar at hava peningin liggjandi, so er einki til hindurs fyri at søkja longu nú. Ein av treytunum er, at tú hevur verið undir útbúgving í minsta lagi hálvt ár, áðrenn tú kanst fáa ferðaískoyti, tvs. at tey, ið byrjaðu lesnaðin í aug/sep síðsta ár, kunnu søkja nú. Sí annars kunngerð og vegleiðing á www.studulsstovnurin.fo

Vegleiðing til teigarnar á umsóknarblaðnum. Navn, bústaður og børn. Navn: Fult navn Bústaður uttanlands: Bústaðurin undir lestri. Bústaður í Føroyum: Bústaðurin hjá t.d. foreldrum ella øðrum avvarðandi í Føroyum. Føðistaður: Landið, har umsøkjarin er føddur. P-tal: Føroyska p-talið skal upplýsast. Um tygum ikki kenna p-talið, ber til at ringja til Landsfólkayvirlitið tlf. 317530. Teldupostadressa: Er týdningarmikil hjá stovninum at hava, um samskiftið skal ganga skjótt. Navn og føðingardagur hjá børnum: Bert nøvn á teimum børnum, sum søkt verður um ferðastuðul til, skulu standa her. Bert annað av foreldrunum kann søkja um stuðul til barnið. Avrit av navnabrævi hjá barni/børnum skal verða lagt við, um tað ikki er lagt við áður. Útbúgving Útbúgvingarstovnur: Heitið á útbúgvingar-stovninum. Nágreiniligt útbúgvingarheitið: Hetta skal gerast so nágreiniligt sum møguligt, t.d. er ikki nokk at nevna cand. merc. ella cand. mag., men eisini innan hvat øki lisið verður. Ásett lestrartíð: Hetta er tann ásetta lestrartíðin, t.d. 3 ár ella 5 ár. Um tygum hava lisið longur enn ta ásettu lestrartíðina, skulu tygum skriva eina frágreiðing í teigin ”viðmerkingar” ella á eitt skjal at leggja við umsóknini. Útbúgving byrjað/endað: Nær fóru tygum undir útbúgvingina, og nær verða tygum væntandi liðug/ur. T.d. 01.09.1998 til 30.06.2003. Áður loknar ella steðgaðar útbúgvingar: Allar útbúgvingar, sum tygum eru farin undir eftir 10. flokk, skulu standa her, bæði tær fullførdu og tær, tygum eru givin við. Harumframt skulu tygum skriva tal av ferðastuðlum, ið tygum hava fingið, út fyri hvørjari av útbúgvingunum. Aðrar inntøkur Lønt útbúgving: Um meira enn helvtin av samlaðu útbúgvingartíðini er lønt, skulu tygum seta kross við “ja”. Sum dømi um løn í útbúgvingartíðini kann nevnast løn í samband við starvsvenjing. Um neyðugt kannar Stuðulsstovnurin, um tann lønti parturin er longri enn helvtin av samlaðu útbúgvingartíðini. x skal setast í henda teig. Útgjald av stuðli Peningaupphæddin til ferðastuðulin verður útgoldin í einum føroyskum ella útlendskum peningastovni. Navn á peningastovni, skrásetingarnummar og kontunummar skal upplýsast her. Viðmerkingar Her kunnu øll serstøk viðurskiftir, ið tygum halda hava týdning fyri viðgerðina av umsóknini skrivast. Um tygum t.d. taka eina SU-heimilaða útbúgving, men ikki fáa SU-stuðul, so skulu tygum grundgeva fyri orsøkini her. Ella ganga tygum á eini ikki SU-heimilaðari útbúgving, men meina at tygum uppfylla treytirnar fyri at fáa ferðastuðul, kunnu tygum grundgeva fyri hesum her, og samstundis saman við útbúgvingarstovninum útfylla skjalið ”Dokumentation”. Neyðug skjøl Skjøl, ið skulu viðleggjast:: Minst til at viðleggja kravd skjøl og set x í teigarnar. ”SU-støttemeddelelse” fyri 2002 og 2003: Um tygum ganga á eini SU-heimilaðari útbúgving, skal ”SU-støttemeddelelse”, ið vísir mánaðarlig gjøld fyri 2002 og 2003, viðleggjast sum váttan fyri lestrarvirkni. Sjálvt um Stuðulsstovnurin hevur móttikið ”SU-støttemeddelelse” fyri 2002, skal tað sendast við aftur hesi umsóknini. Um tú ert byrjaður at lesa um várið (sí punkt 6 í ”Vegleiðing til ferðastuðul uttanlands”), er bert neyðugt við ”SU-støttemeddelelse” fyri 2003. ”Årsopgørelse og rabat til bus- og togkort” verða ikki góðtikin. Frágreiðing: Um tygum hava mist SU, t.d. nýtt øll klippini, skal frágreiðing um, hví tygum ikki fáa SU leggjast við umsóknini, ella skulu viðmerkingar til hetta gerast í viðmerkingarteigin. Dokumentatión: Um tygum ikki fáa SU, skal viðlagda skjalið ”Dokumentation” útfyllast av tygum og lærustovninum og sendast við umsóknini. Navnabræv: Avrit av navnabrævi/navna-brøvum er neyðug dokumentatión fyri øll børn, sum søkt verður ferðastuðul til. Um Stuðulsstovnurin áður hevur fingið avrit av navnabrævinum, er ikki neyðugt at senda tað inn aftur hesaferð. Føðibræv: Um barnið ikki hevur fingið navnabræv, skal føðibræv sendast við umsóknarblaðnum. Annað: Møguliga onnur skjøl, ið hava týdning fyri viðgerðina av umsóknini. Váttan Minst til at skriva og dagfesta umsóknina. Minst eisini til, at váttað verður undir trúnaðartreytum, at givnu upplýsingarnir eru rættir, og at tygum lúka allar treytirnar í punkti 2 í “Vegleiðing til ferðastuðul til lesandi uttanlands”.

Vend ! 10

11 11

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 1 - Mars 2003  

Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 1 - Mars 2003

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you