Page 1

Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København Nr. 4, 13 september 2002 18. árg.

Framhald frá síðu 15 (Veraldar endi, stuttsøga)

”Tonia, til Himmiríkis!”. Eina løtu seinni las hann navnið á mær: ”...til Illamans!” Eg, sum annars hevði staðið har og hálvkett meg, klárvaknaði – til Illamans! Eingin hugdi at mær, øll stóðu spent og lurtaðu, bíðaðu eftir at hoyra navn sítt verða lisið upp. Har stóð eg, í dýrastu neyð – til Illamans! Sorgarbundin hugdi eg niður á teir smáu skógvarnar hjá mær og sá fyri mær, hvussu teir skjótt fóru at gerast svartir og uppkolaðir inni í bakarovninum hjá Illamanni. Kaldasveittin spríkti framúr mær, og eg hoyrdi longu láturin hjá Illamanni. Nei, eg vildi fyri alt í verðini ikki niður til Illamann. Eg skuldi bæði bíta og klóra, sum Jesus bað fara eftir mær at toga meg niður til Illamann. Eg koyrdi hendurnar niður í jakkalummarnar og stardi í øðini beint fram fyri meg, meðan eg beit tenninar saman – mær skuldu tey ikki fáa tatur á! Tá kendi eg knappliga í øðrum lummanum okkurt kalt og slætt. Eg tók tað upp og sá, at tað var ein tveykróna. Tá kom eg at hugsa um nakað. Tonia! Hon skuldi til himmiríkis, og hon var svøk eftir enskum karamellum. Jesus var næstan liðugur at lesa upp úr bókum sínum, har var eingin tíð at spilla! Eg stríddist og troðkaði meg úteftir millum øll fólkini. At enda kom eg at huðrini, eg skundaði mær út og leyp inn í ein elevator. sum við fúkandi ferð fór niður ímóti jørðini. Endaliga steðgaði elevatorurin beint uttan fyri bakaríið,

har vit høvdu staðið fyrr hetta sama kvøldið. Eg leyp út og fór tuskandi alt eg var ment oman til Aksel í Stórubrekku. Komin oman í krambúðina lammaði eg krónuna upp á diskin, í tí eg tivandi segði: ”Ein pakka av enskum karamellum! ” Aksel kom við

at ganga útgjøgnum tvær huðrar. Onnur var svørt og hin hvít. Tá varð eg aftur bangin, eg mátti finna Toniu nú beinan vegin, áårenn hon fór. Eg bardist sum eitt ótt fyri at sleppa framat – færri og færri fólk vóru eftir inni í høllini.

Lestrarbyrjan 2002

Knappliga bar eg eyga við Toniu. Hon stóð har sum eitt býtt og hugdi við einglaeygum at tí hvítu huðrini. Eg rann til hennara og vísti henni karamellpakkan. Hon rætti beinan vegin hondina fram eftir pakkanum, men eg koyrdi hann aftur um ryggin á mær. ”Vilt tú fara til Illamann í staðin fyri meg, um tú fært henda pakkan afturfyri?” spurdi eg. Hon stóð eina løtuog hugsaði.

teimum, og eg leyp avstað aftur, tuskaði niðan gjøgnum Stórubrekku. Har var bratt at renna niðan eftir, einaferð noyddist eg at steðga, so at eg ikki skuldi missa ondina, men so kom eg at hugsa um, at Jesus skjótt fór at verða liðugur at lesa upp, og so rann eg víðari, reyð í andliti og heit um allan kroppin. Blóðið dundraði í tinningunum, tá ið eg kvikliga leyp inn í elevatorin aftur og var á veg niðan í stóru høllina. Innkomin fór eg aftur trokandi frameftir. Beint nú var Jesus hildin uppat at lesa, og øll fólkini byrjaðu

Til alla Guðs lukku var tað seint á kvøldi, so hon var svong. Hon hugdi at mær og segði: ”Ja – lat fara”. Eg spurdi hana so, um eg kundi sleppa í Himmiríki fyri hana. Nú var hon vorðin ótolin og svaraði ørg: ”Ja, sjálvandi, men gev mær nú karamellurnar! ”Eg tveitti henni pakkan, hon loftaði honum og fór beinanvegin at eta, meðan hon gekk yvir ímóti tí svørtu huðrini. Nú var næstan eingin eftir í høllini. Jesus sjálvur var langt síðani farin. Eg hugsaði við mær sjálvum, at til Illamann skuldi eg so ongantíð, og tá ið eg hugsaði um tann lítla, neyarsliga mannin, smílkaðist eg erpin – nú var sloppið! Marianna Debes Joensen

Leysasøla kr. 15,-


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Oddagrein

Føroysk kjakmentan

 U p p s l a g s t a l v a n 

Sámal Matras Kristiansen skrivar Samalk@yahoo.com

At føroyska kjakmentanin sjáldan megnar at lyfta seg upp úr tí heimliga runudíkinum, er ein roynd søk, og skal ikki prógvast í hesi oddagrein. Tey flestu hava upplivað tað, at argument, sum royna at bróta upp úr gomlum kategorium, sjáldan bera frukt, men næstan altíð verða offur fyri vanafatanini, ið mest av øllum hevur sum mál at lóggilda verandi samfelagsskipan sum ta einastu og bestu møguligu. Man kann býta fólk upp í tveir bólkar: Tey, ið søkja trygdina í sannroyndunum, og tey, ið meinsøkja dreyminum um ein betri heim. Ímillum hesar bólkar, tey afturhaldssinnaðu og "droymararnar", eru fólk, ið royna at tvinna hesar báðar tilgongdir saman. Her hómast fatanin av einum veruligum framburði, ið hvørki letur seg tálma av treyta-leysum afturhaldssinni ella nyttuleysum dagdroymaríi. Hesi skilja, at tað er neyðugt við báðum fyri at fáa eitt samfelag at trívast. Hesi skilja, at tað viðhvørt kann vera neyðugt at bróta upp úr nýggjum, tí at longri ikki slepst eftir siðvandu rásini. Men trupulleikin við tí "nýggja málinum" (nýggjum hugsanarhættum), er at tað hevur lyndi til at verða misskilt – viljað ella óvilj-að. At tað skal vera neyðugt at innføra nýggj og fremmand heiti fyri nakað, man higartil hevur megnað at greitt frá á "góðum føroyskum",

FJØLNIR september 02 ISSN 1396-206X Útgevari Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK-1620 København V tlf. 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum limum hjá MFS. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til

fellur ikki altíð í fruktgóða jørð. Og hetta er sjálvandi av teirri orsøk, at "tað nýggja málið" er ein hóttan fyri galdandi valdsbygnaðum, ið tryggja teimum, ið tosa "tað gamla málið" eitt pláss undir sólini – so svikalig hon enn kann vera á teimum vind- og regnbardu klettunum, vit saman nevna Føroyar. Hetta nýggja málið er millum annað okkara mál: studentamálið. Vit, ið hava lært og sum kunnugt ikki eru vorðin klókari – heldur tvørtur ímóti. Við hesum nýggja tillærda málinum eru vit við til at føra "fremmandar" og "útlendskar" (fy-orð, sum vilja nakað) valdsbygnaðir inn á tað føroyska sosiala feltið, og mugu vit tí av øllum alvi, og á allar hugsandi hættir, verða jantað niður, so at vit at enda noyðast at laga okkum eftir teimum galdandi valdsbygnaðunum og verða ein partur av tí góða gamla systeminum. Her er so sanniliga pláss fyri frustrasjónum! Men spurningurin er, um hetta ger nakað. Er tað rætt at umseta tann føroyska veruleikan kritikkleyst til eitt fremmant mál, ið meiri og meiri missir samband við tann meiniga føroyingin? Er tað rætt, at fremmandir valdsstrukturar eisini rigga í Føroyum, bara tí teir hava prógvað sína góðsku í øðrum høpi,

eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr. 100,-. Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Opið mikudag og fríggjadag kl. 16–18. Århus: Opið týsdag kl. 16-18. Bústaðurin er: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C. tlf. 86 13 18 61

Fjølnir nr.4, septembur 2002

í besta Caragata stíli? Bæði og. Tað er víst, at tað eru ting, ið eru av tí illa heima í Føroyum, so sum undirkúganin av alskins minnilutum, sum kvinnum, samkyndum, bygdafólki, dønum og fríteinkjarum. Eftir egnari fatan er tað góða samfelagið heldur at líkna við góðar møguleikar hjá flest øllum at gera seg galdandi á samfelagspallinum. Hinvegin má tað takast uppí samanhangin, at tað "valdandi málið" má skiljast av tí breiða almenninginum fyri framhaldandi at kunna varðveita sína yvirvøld. Hetta merkir, at nýggir tankar hava bestan møguleika fyri at sláa rót og nørast við at para seg við tað "siðvanda málið", so at nýggja málið ikki bara sveimar omanyvir høvdum meinugmanna, eins og vit hava upplivað tað í Evropu, og sum hevur givið eitt dundrandi bakslag við uppreisn teirra populistiska flokkana í næstan øllum londunum í ES. Hetta er vanlagnan hjá teimum "intellektuellu", ið halda seg vera nakað. Og hetta verður vanlagnan hjá Kim Simonsen, um hann ikki skjótt sær fanan á vegginum.

Blaðstjórn Svanna Jákupsdóttir Bjørg Dam Katrin Apol Absalon Eysturoy Annika H. Joensen Øll eru vælkomin blaðbólkin.

17.09 27.09 02.10 04.10 05.10 07.10 11.10 16-17.10 23.10

Døgverði og hugleiðingar. Norden København vitjar Kafékvøld. Húsakórið skipar fyri Vínklubbin DAWS—vínsmakking og matur Fernisering og hugnakvøld (Listafelagið) Neystið skipar fyri 15 ára hátíðarhaldi !! Kvinnufelagið fund Mentunarnáttin !! Bussferð við 12. Manni til fótbólt í Hannover Vínklubbin DAWS

Hug at vera við í arbeiðinum fyri at betra um tíni kor sum lesandi??? Nú er nýggja lestararárið farið av bakkastokkið og við tað fleiri av ráðslimunum hjá MFS eru farnir uttanlanda í lestrarørindum sóknast ráðið eftir nýggjum kreftum, so øll áhugað eru vælkomin at venda sær til felagið. MFS-ráðið hittist umleið einaferð um mánaðin, og annars fer arbeiði felagsins fram í ymsum nevndum. Um tú hevur hug at royna teg, ella hevur onkran spurning hesum viðvíkjandi, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Ráðið 2002

Húsakórið er eitt av feløgunum í Føroyahúsinum, og telur tað umleið 40 fólk. Dirigentur er Tórður á Brúnni, og leggur kórið dent á at syngja nógvan, góðan føroyskan tónleik, men eisini útlendskan tónleik, sum fólki dámar. Húsakórið venur í løtuni týskvøld frá 19:00 til 22:00. Meiri fæst at vita við at leita sær inn á heimasíðuna hjá kórinum: www.husakorid.dk

Týskland—Føroyar 14.—17 okt. Kostnaður

2.789,Íroknað er: - Bussferð Keypmannahavn—Hannover t/r - 3 nætur á hotelli við morgunmati - Atgongumerkir til dystin - Útferð í Hannover 16.—17.okt. Kostnaður

925,-

Íroknað er: - Bussferð Keypmannahavn—Hannover t/r - Atgongumerkir til dystin

Prent MFS í Keypmannahavn.

Tilmelding hjá 12. Manni á Tlf: 43695440 ella Tlf: 00298 213212 ella regine@kallnet.fo Ella á tekningarlista í Føroyahúsinum

Prentað 13. septembur 2002 í

Húsakórið

Skráin fyri Føroyahúsið sep/okt 2002

Evstamark Tilfar til komandi blað skal vera blaðstjóranum í hendi í seinasta lagi 20. oktobur 2002. Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

!! Skipar tú ella felag títt fyri tiltaki, sigi so okkum frá !! 2

 19


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Millum tvær Negl

Annika Joensen hevur práta við Fridu Johannesen

Hittir tú aðrar føroyingar í Amsterdam? Nei, tíverri. Hvat gert tú í tíni frítíð? Eri mest saman við sjeikinum og soninum, men gangi eisini í biograf saman við vinkonum og fari út at eta. Harafturat gangi eg á kvøldskeið í fronskum. Áðrenn Louis (1-ára gamli sonurin hjá Fridu, red.) varð føddur, íðkaði eg eisini hondbólt tvær ferðir um vikuna og gekk til tennis. Hvar ert tú búsitandi, og hvat lesur tú? Eg búgvi í Amsterdam og lesi løgfrøði.

Um tú vart við í eini teknirøð, hvør hevði tú so verið? Mr. Magoo.

Nær byrjaði tú lesnaðin? Í septembur 2000.

Hvaðani í Føroyum ert tú? Úr Tórshavn.

Hví hevur tú valt at búseta teg og at lesa í Amsterdam? Mær dámar væl býin, og universitetið er kent fyri sína góðu løgfrøðideild.

Hvør "eigur" teg? Mamma: Bergljót av Skarði, lærarinna í Hoydølum. Babba: Hans Marius Johannessen, fiskimaður úr Dali.

Hvør er størsti munurin á Hollandi og Føroyum? Tað eru so nógvir... ein stórur munur er, at fólk eru nógv fríari her. Tú kanst til dømis gott fara syngjandi gjøgnum býin, uttan at nakar leggur tað til merkis. Kanst tú mæla øðrum til at fara til Amsterdam, og hví? Ja, heilt sikkurt, hví ikki? Um tú fert at lesa í Danmark, er tað ongin, sum spyr hví. Danmark er eitt útland, Holland er eitt annað. Her eru góð universitet og nógvar ymiskar útbúgvingar. Tað er ein altjóða dámur yvir býnum, sum tú valla finnur aðrastaðni.

Hvussu sær tín nærmasta framtíð út? Eg skal giftast í summar, og so fara vit at flyta til Antwerpen (Belgia), har eg fari at lesa til umsetara/tolk. Ætlar tú at flyta heim aftur til Føroya? Sjálvandi... eg veit ikki nær, men eg kundi væl hugsað mær, at Louis fekk høvi at vaksa upp í Føroyum, í hvussu er eitt sindur. Tó má eg fyrst yvirtala Michel (komandi maðurin hjá Fridu, red.).

Fjølnir nr.4, septembur 2002

Innihaldyvirlit

Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Mest eftir familjuni og vinfólki, men eg sakni eisini náttúruna og tað avslappaða lívið uttan trafikkproppar.

2

Føroysk kjakmentan - oddagrein

4

Kollktiv viden (greinarøð um føroyskan samleika) Jørgen Kromann Jørgensen og Johanne Lykke – Olsen skriva

Hvat hevur tú higartil lært av tíni lestrartíð í Amsterdam? Nógva hollendska lóg, sum ikki var so øgiliga spennandi. Eg havi eisini lær tat njóta stórbýin við øllum sínum hentleikum.

6

Tú-og hini Katrin Apol skrivar

7

Væleydnað upplýsandi tiltak fyri pisum á Platform Bjørg Dam skrivar

8

Granskingar og útbygvingarmentan Hallbera West skrivar

13

Hvar setur tú krossin Katrin Apol skrivar

Hevur tú nøkur serstøk ráð at geva øðrum, ið eru áhugað í at gera tað sama sum tú? Legg ætlanir í góðari tíð og ver ikki bangin fyri at spyrja um ráð ymsa staðni. Hugsa um, at tað er ringt at finna bústað og annars ger tað bara. Onki er at vera bangin fyri. Hvat er títt lívsmotto? Alt skal nokk laga seg!

14

MFS gevur limum høvi at sýna handverk sítt fram Bjørg Dam skrivar

15

Veraldar endi Stuttsøga eftir Mariannu Debes Joensen

17

Jackways– ein føroyskur náttklubbi í Keypmannahavn Annika Helgadóttir Joensen skrivar

18

Millum tvær negl" Annika Helgadóttir joensen slrivar

19

Uppslagstalvan

Við at vera limir í MFS fært tú hesar beinleiðis tænastur:

Um tú vart noydd at flyta út á Lítla Dímun, hvønn hevði tú tikið við tær? Louis, og eg hevði skundað mær at flutt burtur aftur haðani! Hvønn spurning vilt tú seta næsta persóni í "Millum tvær negl"? Nevn ein persón í Føroyum, sum tú hevur stóra virðing fyri og sig hví?

 Limablaðið Fjølnir uml. 6 ferðir um árið.  ISIC-limakort, sum gevur stóran ferðaavsláttur, t.d. við Strandferðsluni.  Ískoytisumsóknarblaðið sendandi beinleiðis við postinum.  Tú kanst fáa ráðgeving frá MFS-skrivstovunum í Keypmannahavn, Århus og Odense í

samband við lestrarviðurskifti.  Tú kanst søkja Grunnin Fyri Styttri Lestrarferðir (GFSL) um stuðul til ferðing til

Føroya í sambandi við uppgávuskriving.  Um tú ert yvir 26 ár fært tú 25 % avsláttur (ungdómsprís), tá tú ferðast til Føroyar.  Tú kanst gerast haldari av Dimmalætting og/ella Sosialinum

Veist tú onkran lesandi, sum hevði verið áhugaverd/ur at fingið í Millum tvær

á nótini fyri hálvan

prís.  Tú fært stóran avsláttur, tá MFS skipar fyri tiltøkum, so sum dansi- og cafekvøldum.  Tú fært ein árskalendara  Tú kanst gjøgnum MFS og Vinnuhúsið fáa samband við føroyskar fyritøkur, um tú vilt

skriva uppgávu um føroysk viðurskifti.

H e v u r t ú v i t j a ð w w w . m f s . f o? 18 18

3


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Jackways – ein føroyskur náttklubbi í Keypmannahavn

Kollektiv viden (Greinarøð um føroyskan samleika, grein 4 av 5)

Annika Helgadóttir Joensen skrivar

Jørgen Kromann Jørgensen og Johanne Lykke-Olsen Skriva Bæði lesa statsvísund á K.U

Nú eru umleið 4 mánaðir, síðani náttklubbin Jackways lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Síðani tá hevur hugnaliga staðið á Koltorvinum verið væl umtókt hjá ungum føroyingum í Keypmannahavn. Vit hava prátað við Martin Leander Ansbjørn, ein av teimum trimum eigarunum, um væntanir, ætlanir og ikki minst harða arbeiðið, ið krevst fyri at reka slíkt stað.

I denne kategori behandler vi færingernes opfattelse af kollektiv viden. Vi ser på hvilken kollektiv erindring færingerne har om det historiske forhold mellem Danmark og Færøerne, og hvorvidt dette splitter eller samler danskere og færinger. Der-næst undersøger vi, om der er en fælles viden om livet i dagligdagen, som en fælles forståelse og en national solidaritet kan bygges på. Til sidst undersøger vi, hvilke stereotyper, færingerne mener danskerne møder dem med, og hvordan disse påvirker deres nationale følelser. For de fleste færinger spiller historien ingen større rolle. Den eneste historiske mærkedag der vækker bred genklang er Olaifesten, en færøsk folkefest hvor folk med tilknytning til Færøerne samles i Thorshavn. Grunden til Olai-festens plads i færingernes bevidsthed er således ikke den historiske betydning, men derimod den sociale aktivitet, der er forbundet med festen. Denne aktivitet er bygget op om færøske symboler og traditioner, f.eks. klæder mange sig i de traditionelle klædedragter, og der konkurreres i særlige færøske sportsgrene, men den historiske betydning af selve dagen betragtes ikke som vigtig. Der er imidlertid færinger, hvor den historiske bevidsthed spiller en rolle for nationalitetsfølelsen, og for disse færinger underbygger historien en forestilling om, at danskere og færinger ikke hører naturligt sammen. Der er en opfattelse af, at de to folk har forskellig oprindelse, idet de første færinger var norske udvan-drere med en anden og mere barbarisk kultur, end de samtidige danske vikinger, der gik mere op i handel. Også måden Danmark igennem historien har behandlet Færøerne på, splitter de to nationer. Med en

Fjølnir nr.4, septembur 2002

Tætt við Koltorvið mitt í Keypmannahavn kemur ein ungur maður smárennandi niðan ímóti mær. Tað sæst, at hann hevur skund, og hann er rættiliga strongdur á at líta. Maðurin er Martin, og hann kemur beint frá Jackways, har hann, saman við Suna Reinert og Toda Jónsson, hevur brúkt størsta partin av síni tíð síðstu mánaðirnar. Fyrsta, ið fellur mær inn at spyrja hann um, er, hvussu nógva tíð hann veruliga brúkar inni á nýggja føroyska klubbanum. Við einum skeivum smíli sigur hann mær, at áðrenn teir fóru í gongd við fyrireikingarnar, hevði hann ikki væntað, at tað fór at fara við so nógvari tíð. Arbeiðið var serliga krevjandi í byrjanini, av tí at alt var heldur nýtt og ókent, og 50 tímar um vikuna sníktu seg skjótt avstað. Nú er arbeiðslagið betri og -umhvørvið kendari, soleiðis at teir betri kunnu loyva sær at hava eitt sindur av frítíð, uttan at hava alt ov ringa samvitsku. Henda mynd er tikin á flaggdagshaldinum ið bleiv hildi á Regensen í ár.

historiebevidst færings ord: ”Det er sådan nogle små ting i historien, der gør, at man egentlig føler sig (…) ikke-res-pekteret som nation i dag” (IP5: 7). Ifølge interviewpersonen er det problematiske dels, at færingerne aldrig selv har valgt at tilhøre Danmark – tværtimod blev en folke-afstemning, der faldt ud til fordel for færøsk selvstændig-hed ignoreret da under halvdelen af de

stemmeberettigede stemte for løsrivelse, dels at Danmark aldrig har respekteret den færøske nation, men truf-fet de vigtige beslutninger uden hensyns-tagen til færingerne. Således viser historien de historisk bevidste færinger, at danskere og færinger ikke hører naturligt sammen, og at Danmark har en lang tra-dition for at overhøre færingerne i de sto-re spørgsmål. Begge dele forstærker

4

Føroyingar eiga staðið Spurdur um, hvussu teir eru nøgdir við úrslitið og móttøkuna av Jackways, heldur Martin, at tað hevur gingið nógv betri enn væntað. Ætlanin við Jackways var at geva føroyingum eitt gott stað at fara í býin í Keypmannahavn, og hóast Jackways kann taka dystin upp við aðrar náttklubbar í høvuðsstaðnum - bæði viðvíkjandi góðsku og støði - hava eigararnir valt at leggja dentin á føroyingar. Tey vitjandi hava verið ógvuliga positiv og glað fyri nýggja staðið,

um ein

og tað er tað týdningarmiklasta, staðfestir Martin enn einaferð. Teir leggja stóran dent á, at Jackways fyrst og fremst skal vera fyri føroyingar, hóast øll eru vælkomin. Nærum øll starvsfólkini eru føroysk, hetta fyri at føroyingarnir skulu kenna seg sum heima. Um gestirnir eru ónøgdir við eitthvørt, eru eigararnir áhugaðir í at betra um umstøðurnar. Martin, ið kann sigast at vera rættur føroyskur dani, hevur alt gott at bera føroysku gestunum, bæði hvat atburði og lyndi viðvíkur. Lagið er altíð gott, og gestirnir eru trúfastir og fara væl um. Einasta, ið er at finnast at, er, at føroyingar eru ov seinir í býin. Sum kunnugt eru føroyingar og klokkan ikki av bestu vinum, og tí verður klokkan bæði tvey og trý, áðrenn føroyingar hava sungið vælkendu Frændur-sangirnar, órógvað grannan, og síðani ragga sær oman í býin. Hetta ger, at staðið er nærum manntómt um midnáttarleitið. Nýtt snið Sum nú er, leggja ógvuliga fáir gestir sær leiðina inn á Jackways fríggjakvøld, og tí verða hølini frá 6. septembur karmur um ein limaklubba, sum fer at hava opið h v ø rt f rí g g j akvøld. Talan er

heldur eksklusivan keypmannahavnara-klubba, ið ein uttanfyri standandi maður skipar fyri. Neyðugt er at vera limur fyri at sleppa inn, og tað er fyriskiparin, ið avger, hvør fær limakort. Av tí sama miðar Jackways ímóti at gera leygarkvøldini enn betri enn higartil, møguliga eisini við livandi tónleiki, fyri at geva gestunum eitt gott upplivilsi. Ókeypis atgongd verður leygarkvøld áðrenn kl. 24:00, og ”happy hour” verður frá kl. 22:00 til kl. 24:00. Møguleiki er eisini fyri at læna hølini og skipa fyri privatari veitslu. Harumframt er eitt spennandi tiltak á veg, einans fyri MFS-limir. Nærri verður at frætta um hetta á heimasíðu okkara: www.mfs.fo Eftir prátið finni eg súkkluna hjá mær, og meðan eg gangi niðan eftir Købmagergade, fara fólk tuskandi framvið við stórum skundi, nú enn ein gerandisdagur er byrjaður í hjartanum í Keypmannahavn.

17


Fjølnir nr.4, septembur 2002

HALDARALEPIN

Frímerkið

Set kross:

Ja, eg vil gerast limur í MFS og m.a. fáa Fjølnir 6 ferðir um árið. Limagjald: 150 krónur. Ja, eg vil gerast haldari av Fjølni. Haldaragjald: 100 krónur.

MFS Vesterbrogade 17A +++ 2832 +++ DK– 1620 København V

Navn: Bústaður:

BÚSTAÐARBROYTING

Fjølnir nr.4, septembur 2002 ind-trykket af at udgøre et særskilt færøsk folk. Når færingerne kommer til Danmark føler de ikke, at de har den samme viden om den danske hverdag, som danskerne har. Denne viden tilvejebringes dog efterhånd -en som de tilbringer tid med danskere, og efter et stykke tid føler de sig ikke udenfor det danske fællesskab, undtagen i situationer, hvor der refereres til begivenheder, der fandt sted før de kom til Danmark. Det tidsrum, der er nødvendigt for at få denne viden, afhænger af, hvor meget færin-gerne omgås danskere, og hvor meget de ved om Danmark i forvejen. Færingerne har imidlertid også en anden fælles viden, der er knyttet til tilværelsen på Færøerne og består af viden om færøsk mad, færøsk politik og færøske venner. På grund af de sproglige barrierer og den manglende re-levans i dagligdagen, er det de færreste danskere, der får del i denne viden, hvilket er med til at skabe en forestilling blandt færingerne om, at de tilhører et

fælles-skab, der er forskelligt fra det danske. Det er forskelligt hvor meget danskerne ved om Færøerne, men da danskere kun sjældent har nogen viden om den færøske hverdag, bliver færingerne ofte mødt med stereotyper, der er formet af medierne. Færingerne er ofte skuffede og forargede over de forestillinger danskerne har om Færøerne, f.eks. er det ifølge én færing ”chokerende at de tror vi er så ufattelig langt tilbage i stenalderen”. (IP3: 9). Ydermere oplever de, at danskerne opfat-ter færinger negativt; ikke nok med at forskellene på færøsk og dansk kultur over-drives, men færinger opleves som primi-tive og

beskyldes for at nasse på danskerne. Dette udgør en så stor belastning, at nogle færinger foretrækker at undgå at diskutere Færøerne med danskere. Det er som nævnt primært medierne, der får skylden for at forsyne danskerne med disse stereotyper ved f.eks. at vælge gamle fiskere, når der skal interviewes. Stereotyperne kan i værste fald give færi-ngerne en forestilling om, at de betragtes som ”underdanskere” og ikke-ligeberettige medlemmer af den danske nation, hvilket selvsagt undergraver solidariteten med det danske. (greinarøðin heldur fram í næsta blaði)

Frímerkið

Navn: Fyrrverandi bústaður:

Manglar tær onkran at venda tær til, tá tú hevur eitthvørt uppá hjartað? Send ein e-post til

Nýggjur bústaður: MFS Vesterbrogade 17A +++ 2832 +++ DK– 1620 København V

mfs@mfs.fo

16

á tlf:

96 55 03 60 Trafikhavnsgade 7 - 7730 Hanstholm fax: 96 55 03 61

5


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Veraldar endi

Tú — og hini

Marianna Debes Joensen

Katrin Apol skrivar

Tað stóra lopið Tá tú leitar tær burtur í onnur lond at nema tær útbúgving, eru ógvuliga nógv ting, tú skalt hava í huganum. Møguliga er hetta fyrstu ferð, tú veruliga skalt royna títt flog, tú flytir kanska á fyrsta sinni heimanífrá og kanska fert tú fyri fyrstu ferð at kenna teg einsamallan, tí nógvar eru forðingarnar, ið tú skalt vinna á. Fyrst og fremst so kann lopið frá miðnámsskúla til lærdan háskúla tykjast stórt bæði hvat undirvísing, lærdómi og lestrarumhvørvi viðvíkir. Tá tú so afturat ert tilflytari, ert tú eisini í

Fjølnir nr.4, septembur 2002

vanda fyri at vera smittaður av tí vælkenda mentanarhvøkkinum. Tí sjálvt um tú t.d. hevur verið í Danmark tíggjutals ferðir og ferðast, so kann tað illa sammetast við at seta búgv har. Fyrst er alt tað formliga og pappírsarbeiðið í samband við flyting og studning, ið skal fáast frá hond. Síðani kemur tað sosiala, ið er av alstórum týdningi, og sum setir sítt ófrávíkiliga merki á lestrartíð tína. Um tú flytir til eitt nú Englands, so er kanska lættari, tí har forvænta fólk ikki, at tú dugir málið flótandi, og har eru

ofta serligir flokkar til tilflytarir. Eisini er lestrarumhvørvið øðrvísi, og tú ert meir saman við hinum lesandi, tí tit vanliga búgva á ”campus”, á sjálvum lestrarstaðnum. Hetta kann lætta um tað sosiala í byrjanini. Í Danmark leggja hini lesandi ikki til merkis, at tú ert øðrvísi, at tú ert av einum øðrum uppruna, og tí forvænta tey kanska, at tú dugir málið flótandi. Tá tú so ikki ger tað, kunnu tey fáa ta fatan, at tú t.d. ikki stendur teg so væl fakliga. Í øllum rokinum við lestrarbyrjan er sjálvandi týdningarmikið ikki at missa seg sjálvan burtur. Hin vegin so skalt tú vara teg fyri ikki at byrgja teg inni aftan fyri garðar lagaðar av fordómum. Jantelóg ella frumskógarlóg Føroyska lyndið er ikki eins og t.d. tað danska. Eins og í flest øllum lítlum samfeløgum, so kann sigast, at jantelógin eisini trívist millum landsmenn okkara. Í øllum førum, so er tað ikki væl sæð, at tú roynir at breggja tær við evnum tínum, hvørji tey enn eru, og tískil er óttin fyri at markera seg eitt væl kent fyribrigdi. Segði nakar jantelóg? Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at øgiliga stórur partur av lesandi føroyingum í Danmark skjótt ásanna, at tey hava fingið leiklutin sum eygleiðarar á síðulinjuni. Tá tú fyrst hevur sett teg í ein leiklut, kann vera ógvuliga torført at sleppa úr honum aftur. Á sama hátt er tað eisini ein sannroynd, at tey flestu fyrr ella seinni leggja til merkis, at mikli orðafloymurin frá teim viðlesandi ikki altíð er prógv um væl undirbygda vitan og grundgevingar, men hinvegin kann tykjast sum ein roynd at káva út yvir óvissu. Danir eru fyri stóran part uppaldir við kjaki og at vegurin fram er at tora at siga sína hugsan. Tey eru ofta von at arbeiða út frá frumskógarlógini við "survival of the fittest", meðan vit

6

Henda stuttsøga var at lesa í Fjølnir í desembur fyri 25 árum síðani. Veraldar endi var ræðuligur! Vit sótu – vit vóru umleið 8-9 ára gomul – og hugdu við ovurstórum eygum at lærarinnuni, meðan hon greiddi frá veraldar enda. Jesus var stórur, blíður maður við longum hári og skeggi. Tó hann kundi gerast ógvuliga illur, um vit vóru ljót, ikki aktaðu, gjørdu fortreð, argaðu minni børn osfr. Jesus átti tvær ovurstórar bøkur. Onnur var kritahvít. Í hesi bók skrivaði hann við gyltum bókstavum, tá ið vit vóru fitt og góð og aktaðu væl. Hin bókin var kølasvørt. Í hesa bók skrivaði Jesus, tá vit vóru óargalig og treisk. Tá skrivaði hann við svørtum, tí svørt var syndin. Vit áttu øll eina síðu hvør í bókunum, har navn okkara stóð at lesa. Beint undan veraldar enda las Jesus so báðar bøkurnar og avgjørdi, hvør skuldi í Himmiríki, og hvør skuldi til illamann. Í Himmiríki var jú sera gott at vera; har sluppu vit at spæla allan dagin, og ongantíð skuldu vit í skúla. Jú, sanniliga, har var gott. Men øðrvísi var skilið niðri hjá Illamanni. Har skuldu vit sita inni í einum stórum bakarovni og brennast og kolast upp. Hvussu nógv vit biddaðu Illamann um ein vatnsopa, fingu vit ikki ein dropa. Illimaður sat bert uttan fyri ovnin og læði at okkum, tá ið hann sá, hvussu tyst vit gjørdust í ovni hansara. Ei undur í, at vit stardu at lærarinnuni, tá ið hon greiddi frá, hvussu Jesus á veraldar enda fór at lesa nøvnini upp á teimum, ið sluppu til hansara og á teimum, ið skuldu til Illamann. Hugtikin vóru vit, tá ið vit lurtaðu eftir, og hugsaðu vit øll á hvør sín háttum, hvussu veraldar endi fór at vera. Um kvøldið vóru vit nógv, sum spældu saman. Millum vinfólk míni vóru tríggjar systrar. Pápi teirra

var skipari og sigldi úti í verðini. Tá ið hann kom heim, hevði hann altíð hópin av enskum karamellum við til børnini. Ein av systrunum, Toina, var svøk eftir hesum ensku karamellunum og tosaði altíð um tær. Pápin var ofta leingi burtur, og Tonia longdist tá illa eftir hesum stóru vøkru karamellunum. Karamellurnar vóru annars eisini at fáa hjá Aksel í Stórubrekku, sum átti eina lítla krambúð við øllum góðum. Eitt vetrarkvøld spældu vit úti á bønum. Tað var kalt og einki mánalýsi. Brádliga rópti ein: ”Hygg norðlýsið!” Øll hugdu upp – og vórðu ovfarin. Alt fyri eitt lógu vit fram eftir rommum á bønum og hugdu uppá ta myrku luftina. Har spældu teir ljósu litirnir millum hvønn annan. Serliga vakur var tann grøni liturin, ið fleyg í allar ættir, eins og vildi hann breggja sær av sær sjálvum. Vit lógu leingi, heilt leingi og stardu at

Stuttsøga hesum undarligu ljósinum mitt í myrkrinum. Tað gjørdist seint, og vit fóru spakuligagangandi til hús. Vit søgdu lítið, øll vóru í eini aðrari verð. Hesa náttina droymdi veraldar enda.

eg

um

Vit spældu á gøtuni um kvøldið – uttanfyri bakaríið. Knappliga rópti ein: ”Hygg norðlýsið!” og beinan vegin stóðu øll og gánaðu upp í luftina. Ongantíð áður hevði Norðlýsi verið so vakurt. Her vóru ikki bert ljósa- og myrka- grønir litir, ið spældu. Nei, í heilum komu aðrir litir uppí leikin. Reyðir, gulir, grønir litir , bæði myrkir og ljósir, spældu millum hvønn annan. So kom ein sterkur viólbláur litur uppí. Hesin liturin eins og hevjaði seg yvir hinar. Nú vóru at enda so nógvir litir í luftini, at vit, ið stóðu á gøtuni og hugdu at vóru bangin, næstan

ræðslusligin. Tá, alt í einum, stóð ein risastórur bukkur, gjørdur av hálmi, mitt á gøtuni. Hesin bukkurin var so stórur, at vit ikki rukku longur enn upp til fótin á honum. Uppi á honum sat ein evarska lítil maður við longum hári og skeggi. Undir øðrum arminum hevði hann eina stóra, hvíta bók, undir hinum eina svart. ”Hatta má vera Jesus”, teskaðu vit okkara millum. Eg var vónsvikin. Jesus var so lítil og neyðarsligur. So rópti tann lítli maðurin á bukkinum við klænari, rystandi rødd: ”Nú – er – verðsins – endi – komin!” Tað næsta, vit vistu av, var, at vit øll, ikki bara vinfólkini og eg, men øll fólkini í heiminum, stóðu inni á eini øgiliga stórari høll. Vit, ið høvdu spælt saman, stóðu í einum trunka og hugdu yvir at einum røðarapalli, einum katedri, ið var næstan sum tað í skúlanum, bert nógvar ferðir størri og hvítt. Aftan fyri røðarapallin stóðtann lítli maðurin, Jesus. Framman fyri sær hevði hann nú báðar bøkurnar, ta hvítu og ta svørtu, og hann stóð og las upp nøvn. Henda høllin var beint niðri undir Himmiríki. Inni í høllini var eitt ræðuligt troðk, øll stóðu og skumpaðu hvønn annanfyri at fáa betri pláss at standa. Onkuntíð kendu vit okkurt navn, ið var lisið upp. Nøkur skuldu í Himmiríki, onnur til Illamans. Einaferð hoyrdi eg Jesus rópa: Framhald á baksíðuni 

15


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Fjølnir nr.4, septembur 2002

Framhald frá undanfarnu síðu

taptan kross. Tað eru tó ikki øll, ið ganga so høgt upp í, um vunnið verður ella ikki. Tey eru við fyri stuttleikan og ta sosialu samveruna. Karaoke er sama kvøld í barrini niðri undir cafeteriuni, so um kortini ikki eru eftir vild, er altíð møguleiki at vísa kynstur aðra staðni. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri duga annað og meira enn at spæla kort! Ja, soleiðis eru vit so ymisk! Tí ymisk eru tey - sjavsfólkini. Har eru bæði tann altíð glaða, tann lúnuti, tann umhugsni, pokerface´ið, munkurin (ein, sum fær null stig av 24 møguligum), vánaligi taparin, tann illsinti, tann sigrandi, o.s.fr. Eitt hava tey tó øll til felags - kærleikan til kleyvar og spaðar frúgv...

føroyingar kanska í størri mun hava fingið okkara pláss í samfelagnum í vøggugávu. Ráðini eru tí eirindaleys: Lær teg málið og legg teg so út í frumskógarstríðið. Minst til, tú ert við í einum spæli, har onnur hava sett reglarnar, so fordómum kemur tú als ongan veg við. ”Skik følge, eller land fly”, sum tað eisini verður sagt. Sambandið við hini Sum áður nevnt, so er tað í stóran mun (kanska serliga) tað sosiala, sum setir sítt merki á lestrartíð tína. Sjálvt um kenslan av at vera ein skúlaflokkur kanska er heldur fjar hjá mongum orsakað av fáum undirvísingartímum, so hevur sambandið við hini á lestrarstaðnum nógv at siga. Royn at sleppa tær upp í ein lesibólk skjótast gjørligt. Tað betrar lesidisciplinina og ikki minst tað sosiala. Far við til tiltøkini á lestrarstaðnum so sum "fredagsbar", "rustur" og faklig tiltøk. Fert tú einsamallur avstað úr Føroyum, er altíð eitt gott hugskot at royna at sleppa inn á eitt kollegie við felagskøki.

Hjørdis og Hendrik vóru eitt tað mest vinnandi parið undanfarna kappingarár. Fyri hetta fingu tey hongda kleyvar frúgv um hálsin.

MFS gevur limum høvi at sýna handverk sítt fram Bjørg Dam, skrivar bjorgdam@hotmail.com

Aftur í ár verður Føroyahúsið við í mentunarnáttini sum verdur 11.okt.2002. Fyri fyrstu fer gevur MFS lesandi høvi at sýna fram sína list, handverk, kundskap o.a. Hetta er ein góður møguleiki hjá lesandi at sýna ymiskt fram, sum upptekur tey og á tann hátt skapa áhuga og fremja umrøðu. Ætlanin hjá MFS er at fremja áhugamál teirra lesandi og birta uppundir kjak og virksemi í felagnum vid hesum tiltakinum. Alt tilfar, sum kemur til høldar, verdur lagt út á heimasíðuna hjá MFS – www.mfs.fo, har høvi verður at koma vid viðmerkingum, umtalu, ummælum, áskodanum, rósum vm. Luttøka Fyri at luttaka, nýtist tær bert at skriva mail til: bjorgdam@hotmail.com og greiða

frá ætlan, tema, plásstørvi o.líkn. …og at vera limur í MFS. Limaskapur kan fáast vid venda sær til skrivstovuna hjá MFS ella her á heimasíðuni Eru spurningar ella ivamál, ring til Bjørg Dam á tlf. 32 88 60 06.

húsinum, tað er ein ”tour de fource” ígjøgnum norduratlantisku mentanina drama, kabaret, føroyskur dansur, kórsangur, kingosangu, framsýningar av alskins slag, upplestur og alt møguligt annad.

Bjørg Dam skrivar bjorgdam@hotmail.com

Í ár varð fundurin hildin á Platform. At vit velja at nýta slíkt ”óhátíðarligt” høli til endamálið, er fyri at skapa minni hátíðarligar karmar um tiltakið, soleiðis at vit heldur fáa eitt hugnaligt prát saman ístaðin fyri ein heldur turran FUND. Eisini vísir tað seg, at fólk betri hætta sær at koma nú enn áður, tá tiltakið varð hildið á Fróðskaparsetrinum.

Í ár verdur sum undanfarnu ár, ymiskt forvitnissligt í Føroya-

Nýhugsan Vit frøast um, at okkara nýhugsan

Les meir um Kulturnatten á www.kulturnatten.dk 14 14

Frítíðin Fá tær eitt lív við síðuna av lestrinum. Halt fram við gomlu ítrivum tínum ella finn tær nøkur nýggj. Stórbýurin er ein ótømandi kelda av møguleikum, so tað ræður bara um at kanna marknaðin og so fara á herferð. Ert tú til dans, so finnast t.d. óteljandi møguleikar fyri hesum, eisini kanst tú fáa tær til vana at ganga á jazz-café o.s.fr. Minst til at vitja gomlu vinirnar úr Føroyum, men ver eisini opin fyri

nýggjum, møguligum vinarløgum. Tað kann koma tær væl við at kenna onkran, sum kennir býin og sum tí kann hála teg við út, og vísa tær hvat goymir seg í teim smølu gøtunum eisini. Lestrartíðin verður ofta skýrd at vera besta tíðin í lívinum. Hesin pástandur verður ikki kjakaður her, men tað skal í øllum førum sigast, at um tú vilt, so kann lestrartíðin so sanniliga gerast ein góð tíð. Eisini um tú fylgir við í undirvísingini og lesur nógv. Tað ræður bert um fyrst at finna fótafestið og síðani røttu javnvágina. Katrin D. Apol

Væleydnað upplýsandi tiltak fyri pisum á Platform Sum vanligt skipar MFS á hvørjum ári fyri upplýsandi fundi, sum er ætlaður teimum, ið fara undir lesnað uttanlanda.

Hvat er Kulturnat? Mentunarnátt var fyrstu ferd 15. oktober 1993, og sídani er mentunarnáttin blivin eitt størri og størri tiltak. Ì 2001 vóru meira enn 300 stovnar vid og yvir 52.000 atgongumerkir vóru seld. Høvuðsætlaninar við tiltakinum er, at birta lív í tað mentunarliga lívið við at bjóða fjølment tiltøk og at seta Keypmannahavn á verðinskortið sum ein mentunarbýur. les meir um mentanarnáttina á www.kulturnatten.dk

Samanhaldið er ofta gott og tú fært lættari við at fella til, tá tú kennir teg sum ein part av einum felagsskapi. Øll byrjan er torfør, og tað er ikki altíð so stuttligt at kenna seg vigaðan og máldan fyri hvørt orð tú sigur. Fell tó ikki í fátt! Øll eru í somu støðu - spent, heldur ótrygg og tey kenna ongan. Av tí sama hava øll hug til at koma í samband við hvønn annan. Ger tær tí dælt av hesum frá byrjan. Finn tær ein annan leiklut enn tann stilla, gráa músin á aftasta raði. Seinni er so nógvar ferðir tyngri at sleppa inn í hitan.

sæst aftur við, at fleiri enn 50 pisur møttu til tiltakið. Hetta er met – í øllum førum í nýggjari tíð. Ofta finnast fólk at, at MFS sum felagsskapur tykist ov stívur og keðiligur. Henda keðiliga og skeiva hugburð leggja vit í ráðnum stóran dent á at broyta. Fundurin byrjaði við, at øll presenteraðu seg, hetta fyri at fáa hilling á, hvagar fólk fóru, og hvønn lesnað tey fóru undir. Somuleiðis vórðu luttakararnir bólkaðir geografiskt, og høvi varð at frætta nærmari um lokalu viðurskiftini. Stuttligt er hjá okkum at síggja, hvussu fjølbroytt valið av útbúgvingum er, men

stuttligast er hjá pisunum at møta øðrum, sum fara til sama bý ella undir somu útbúgving. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at knýta f y r s t u b o n d i n i . Tá tað formella var yvirstaðið, greiddi Hallbera frá SU, føroyafrádrátti, persóntalinum, bústaðartrupulleikunum og øðrum viðurskiftum. Rúnar greiddi frá hernaðarskyldu og frá nøkrum av sosialu trupulleikunum, ið kunnu verða. Eftir loknan fund vórðu fólk spurd um tiltakið, og vóru øll samd um, at býttari fór man ikki hagani. Alt í alt eitt væleydnað tiltak!

7

"Í Fø


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Fjølnir nr.4, septembur 2002

Granskingar- og útbúgvingarnevndin

Hvar setur tú krossin?

Henda grein er ein roynd uppá at geva limunum innilit í, hvat GÚ hevur arbeitt við í farna árið.

Tað er hóskvøld og klokkan nærkast sjey á kvøldi. Eitt tíðspunkt, sum í sær sjálvum ikki ber frá øðrum. Fyri mong er løtan tó ein gleðilig áminning um, at enn eitt vikuskifti nærkast. Hjá nøkrum kjøpinhavnarum er talan tó um vikunnar óumstrídda hæddarpunkt. Tað er heilagt, og hevur eftir stuttari tíð vunnið sær bæði kultstatus og ein ikki sørt rituellan dám.

Hallbera West, formaður í GÚ, skrivar Hallbera@hotmail.com

Katrin Apol skrivar

Málsetningurin hjá MFS er at arbeiða fyri at betra um viðurskiftini hjá føroyskum lesandi uttanlanda og undir hægri lestri í Føroyum bæði politiskt, fíggjarliga og sosialt. Tey politisku málini, sum eru á dagsskránni hjá MFS, verða savnaði í GÚ. Gomul GÚ mál eru m.a. valrætturin, sum lesandi uttanlanda hava ognað sær og lógin um fulla skattskyldu. Eftir áheitan frá MFS varð hetta endurskoðað soleiðis, at tað nú er møguligt hjá lesandi, ið eftir lokna útbúgving velja at útbúgva seg víðari, at fáa fulla skattskyldu. Við øðrum orðum: GÚ arbeiðið ger mun! GÚ arbeiðið ger mun! Trupulleikin við GÚ arbeiðnum er, at tað ikki er eins sjónligt sum eitt nú cafékvøld, lestrarstevna og onnur líknandi tiltøk. GÚ arbeiðið er harafturat mangan møtumikið: tað tekur langa tíð at umrøða eitt mál, og tað kann vera torført at fáa aftursvar frá myndugleikunum uppá fyrispurningar. Harumframt tekur tað mangan langa tíð at fáa røttu myndugleikarnar at ganga uppskotum hjá MFS á møti. Henda grein er ein roynd uppá at geva limunum innilit í, hvat GÚ hevur arbeitt við í farna ári. GÚ mál 2001 Høvuðsmálini hjá GÚ í 2001 hava verið barnsburðarfarloyvi í ÚSskipanini, uppskot um nýggja stuðulsskipan fyri føroysk lesandi uttan fyri Føroyar, nýggjur studentabústaður í Keypmannahavn, ES trupulleikin og vantandi b a r n a a n s i ng a r p lá s s , t á i ð føroyingar fara aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

Í cafeteriuni á Øresundskollegiinum hittast tey - eini 20-30 fólk - í høvuðsheitum ungfólk, ið við fyrsta eygnakast ikki tykjast hava annað til felags, enn at tey eru føroyingar. Allastaðni frá koma tey. Smidliga smoyggja "noy´ini" og "okur/tykor" sær inn um oyrnakrókarnar, og verða vavd saman við føroysku jólamansdialektini av fløtu oynni. Tann bráðlynti havnarmaðurin roynir sum frægast saman við sínum býarbørnum at umboða høvuðsstaðin við "ir"-endingunum. Drynjanin vestanífrá og flata norðoyamálið eru við til at fullfíggja litríku "bouquetina". Saman sláa føroysku dialektirnar ring og treða dansin hetta hóskvøldið í ØK-cafeteriuni. Tað, ið fer fram hetta lýggja várkvøldið í mai, tykist tó ikki á nakran hátt vera í ætt við føroyska dansin.

Nýggj stuðulsskipan MFS hevur fingið útvegað eitt ávegis álit um eina nýggja stuðulsskipan fyri lesandi uttanlanda, ið Mentamálastýrið hevur latið gjørt. GÚ metir tað vera av stórum týdningi, at MFS, umboðandi lesandi uttanlanda, er við í einum tílíkum arbeiði, sum í so stóran mun fer at fáa ávirkan fyri lesandi framyvir. Hvør kennir betur umstøðurnar hjá teimum lesandi enn tey lesandi sjálvi? Spurningurin er so, hvørja áskoðan GÚ hevur um hetta mál?

Tað er týdningarmikið, at ein føroysk stuðulsskipan ikki gerst ein verri skipan enn skipanin í eitt nú Danmark, tá ið hugsað verður um, hvussu stórur partur av føroyskum lesandi leita sær til Danmarkar at lesa. Vit í GÚ halda tískil ikki, at stuðulsskipanin í eitt nú Íslandi (sum einans veitur lestrarlán) er ein ynskilig skipan fyri føroysk lesandi.

Okkurt annað er, ið bindir henda ómakaða bólk saman. Vón og spenningur handan smílini Tað er týðiligt, at tey flestu hava hitst áður, og atmosferan er ógvuliga óformlig og avslappað. Fólk eru væl hýrd og smílandi. Inn ímillum hoyrist eitthvørt prik, tí fólk hava hug til at erta hvønn annan eitt sindur. Tey tykjast øll so bíðandi, og onkur hevur hug at ótolnast. Nei, tað er einki at taka seg aftur í, spenningurin og vónirnar lúra aftan fyri smílandi eyguni. "Í kvøld verður tað," heldur ein fyri so bragdliga, og beinanvegin eru eini tvey-trý eftir honum. Sum sagt, so eru umstøðurnar, eins og umhvørvið í cafeteriuni næstan leggja upp til, ógvuliga óformligar. Her er eingin Tóra, sum saman við Rakul tók stig til at "dresscode", fólk eru gerandis- spæla sjavs á Oyrasundi. klødd, onkur enntá í shorts og tshirt. Tíðin sníkir seg spakuliga blása nýtt lív í vælumtókta framvið magiska sjey-talinum, kortspælið við at flyta tað út á men føroyingum líkt hevur hetta Amager. Her varð seymurin sligin tó ikki tann stóra týdningin. beint á høvdið, tí hvørt hóskvøld Klokkan gerst tjúgu minuttir yvir hittast eini 30 fólk at spæla kort. sjey, áðrenn startskotið verður Stórur partur av kortspælarunum latið av og tvey hvít pappírsørk búgva sjálvir á Øresundsløgd fram á tóma poolborðið. So kollegiinum, og enn einaferð er kemur verulig gongd á, fólk loypa sligið fast, at hald er í mytuni um, fram at hyggja at pappírsørkunum. at fólk haðani helst ikki flyta seg Hugt verður eitt lítið bil. Onkur a l t o v l a n g t b u r t u r f r á smílist, onnur tykjast heldur minni betongblokkunum - og so slettis nøgd við lutakastið, ið er farið ikki yvir um Langebro. fram. Røringur er komin í bólkin, og við eitt hevur hesin heldur Pláss fyri øllum ómakaði flokkur parað seg í bólkar Fyri tað nógva er talan um somu á fýra, ið hvør sær finna fram at fólkini, ið trúføst hittast hvørt smáu borðunum runt í hølinum. So h ó s k v ø l d . O n k u n t í ð f a r a er fólkið búgvið at "sjavsa". makkaraskifti fram, men hildið verður aloftast fast við sama makkaran. Tað stóra málið í sjavs er at vinna sær 24 stig - og tískil Av Skarv út á Amager sleppa at seta krossin. Ein krossur "Sjavs" - tað er tað, alt hetta snýr merkir við øðrum orðum ein sigur. seg um - kortspælið, ið helst allir At fólk ganga høgt upp í spælið, er føroyingar kenna, um ikki annað einki at ivast í, og tað er ikki sørt av heiti. Eftir at Skarv tíðliga at ein eið ella báðar tvær verða síðsta vetur gavst við at skipa fyri latnar av, sum kvøldið rennur sjavs, var onkur av føstu fram. Onkuntíð er eisini ein nevi hóskvøldsgestunum á Skarv, ið rokin dekan ov hart í borðið og helt, at ein roynd skuldi gerast at onkur stólur hevur ligið eftirá eftir



MFS hevur heitt á Mentamálastýrið um at geva MFS møguleika fyri at vera við i hes-um arbeidi. Um hetta fer at eydnast, fer at Kristina

8

13


Fjølnir nr.4, septembur 2002 vísa seg.

Framhald frá undanfarnu síðu intellektuella hudibrasi". Eg kann ikki lata vera við at draga sama trupulleika niður á donsk viðurskifti. Her ráða flokkar, ið av øllum alvi royna at niðurbróta tað almenna kjakrúmið, ið er fyritreytin fyri øllum fólkaræði. Teir hava longu partvís megnað at sannført fólk um, at hetta ikki er so, men at fólkaræðið livir í og við teimum institutiónum, ið bera tað fram. Teir tykjast tó at gloyma, at fyritreytin fyri hesum institutiónum er nevniliga tað almenna kjakið. Og tað er neyðugt, at hetta kjakið er frítt og frekt. Einki nyttar, um øll ganga og sjálvsensurera seg sjálvi, sum vanligt er heima í Føroyum. Hoyrdi í dag eitt ummæli av nýggjari bók hjá Dorthe Jørgensen, ið eitur "Viden og visdom" (Det lille forlag, 2002). Her ger høvundin mun á vitan (tað at viðlíkahalda systemið) og

Fjølnir nr.4, septembur 2002

vísdómi (tað at nýtulka systemið). Í hesi bókini er ein av niðurstøðunum tann, at sitandi danska stjórnin er við til at forða fyri vísdóminum í samfelagnum, men hinvegin hálovar etableraðu vitanini. Tey intellektuellu verða hildin fyri spott, meðan turra skrivstovuveldið verður glorifiserað. Kim Simonsen er nakað av tí nærmasta vit koma at einum intellektuellum føroyingi (intellekt hevur einki at gera við hvussu leingi man hevur lisið) – einum ið torir at seta spurningar við søguligar sannleikar. Páll Poulsen hinvegin heldur tó lítið um henda "semi-intellektuella hissigpropp", og vildi heldur havt ein turran løgfrøðing, ið kundi neglt verandi samfelagsstrukturarnar enn fastari inn í tilvitsku manna. Í Føroyum hava vit ongantíð megnað at uppbygt eitt burðardygt fólkaræði. Tað hevur altíð verið borið fram av

andaligum blokkstuðli frá móðir Danmørk. Nú royna "føroysku flokkarnir" (samgongan) at bróta hetta mynstur og at skapa ein føroyskan veruleika út frá føroyskum fyritreytum, meðan "donsku systurflokkarnir", Sambands- og Javnaðarflokkurin, hyggja øtandi at, hóast tað er ivasamt hvussu nógvan andaligan kapital Danmørkin hevur at lata av í hesum VK-tíðum. Eg ynski samgonguni góða eydnu, men ivist stórliga í, um vit kunnu fáa eitt burðardygt politiskt lív upp at standa í Føroyum, so leingi nýskapandi kjakspírar sum teir, ið Kim av øllum alvi roynir at sáa, verða týndir við hálvgum nasistiskum eiturgassi. Halt áfram at sáa, Kim! Tað fer at bera frukt fyrr ella seinni! (ella hvussu?)

Blaðstjóri til Fjølnir

Útvarp Føroya í Danmarks Radio Hvørt leygarkvøld kl. 19.00 - 19.30 er føroysk tíðinda-sending á Danmark Radio AM 1062. Sendingin er ein samandráttur av tíðindasendingum gjøgnum farnu viku í ÚF. Lýsingar kunna fáast í, við at venda sær til

Søkt verður eftir blaðstjóra til Fjølnir at byrja beinanvegin.

Barnsburðarfarloyvi i ÚS skipanini MFS heldur tað vera vert at átala, at lesandi í Føroyum ikki hava rætt til barnsburðarfarloyvi. Tað er eftir okkara tykki eitt skeivt signal at senda til føroysk lesandi, at um tey vilja hava barnsburðarfarloyvi, so mugu tey gevast við lesnaðinum. GÚ sendi tískil vegna MFS í juli 2001 eitt skriv til Mentamalastýrið, har hesi viður-skifti vóru átalað. Í heyst 2001 for GÚ so meira nágreiniliga til verka. GÚ hevur gjørt eitt beinleiðis uppskot til, hvussu barnsburðarfarloyvi kann gerast ein partur av ÚS skipanini. Uppskotið hjá GÚ leggur upp til, at skipanin ikki má standa aftan fyri donsku stuðulsskipanina. Mentamála stýrið hevur víst uppskotinum hjá GÚ áhuga, og sagt verður at uppskot til broytingar av ÚS skipanini verður lagt fyri MFS, áðrenn skipanin verður broytt. Málið um barnsburðarfarloyvi er sostatt fyribils liðugt viðgjørt í GÚ. Nú er bert eftir at bíða eftir uppskotinum hjá Mentamálastýrinum.

ES trupulleikin Viðurskiftini hjá føroyingum, sum ætla sær undir lestur í ES londum, eru sera ógreið. Trupuleikin er, at sjálvt um vit føroyingar eru danskir statsborgarar, so eru vit ikki ESborgarar. Sum danskir statsborgarar njóta føroyingar fullar ú t b ú g v i ng ar l i ga r s øm d ir í Danmark, men tá tað kemur til lestur í øðrum ES-londum, eru vit ikki umfataði av teimum samstarvsavtalum, sum Danmark hevur við hini ES-londini. Hetta ger tað munandi dýrari hjá føroyingum, enn hjá dønum, at útbúgva seg í øðrum ES-londum. Sjálvt um føroy-ingar ikki eru ES borgarar, so kunnu føroyingar útvega sær ES pass, og kunnu tískil nevna seg ES borgarar og fáa somu treytir, sum aðrir ES borgarir í somu støðu. Hetta er tó ikki lógligt. Endamálið hjá GÚ við hesum máli er at gera myndugleikarnar í Føroyum varugar við hetta mál, fyri at fáa eina avtalu við ES í lag. Hetta varð gjørt við at velja Føroyar og ES sum evni til lestrarstevnuna hjá MFS, ið varð hildin í juli 2001, og har var hesin

trupulleiki umrøddur. MFS hevur eisini umrøtt hetta við Altjóða Skrivstovuna. Hesin trupulleiki er tó ikki eins stórur long-ur orsaka av, at ÚSUN stuðulin í dag er hækkaður munandi. Studentabústaður Á hvørjum ári er tað ein afturvendandi trupulleiki, at tað eru nógv ung, ið einki hava at búgva í, tá ið skúlahálvárið byrjar, hetta er serliga galdandi í størru býunum í Danmark. Fyri at bøta um hesi viðurskifti hevur GÚ haft samband við ymiskar danskar stovnar (DIS og CIU), sum – saman við privatum investorum/ pensiónskassum – hava ætlanir um at byggja ein nýggjan stóran studentarbústað nærhendis universitetsbýnum á Amager í Keypmannahavn. Ætlanin er, at í alt 400 kømur skulu vera tøk til lesandi í hesum bygningi. GÚ-nevndin hevur sett seg inn í hesar byggiætlanir, og hevur harumframt kannað, um tað er neyðugt, at heita á Framhald á næstu síðu 

Arbeiðið fevnir um at savna tilfar og lýsingar, uppseting og at fáa blaðið út til limirnar. Hetta verður gjørt í samstarvi við blaðnevndina, men blaðstjórin stendur við endaligu ábyrgdini. Ert tú ágrýtin, sjálvstøðug/ur og hevur tú hug at arbeiða saman við øðrum í einum spennandi lestrarumhvørvi, har tú sjálvur skapar karmarnar og fortreytirnar fyri einum góðum blaði og arbeiðsplássi.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Vit ynskja at tú kennir Publisher og hevur eyga fyri góðsku og layout.

Bókadeildin hevur bókaklubba fyri børn og ung Bókaklubbin er býttur í fýra bólkar eftir aldri: Bólkur I 0 – 3 ár. Fáa 8 myndabøkur um árið Bólkur II 4 – 7 ár. Fáa 8 bøkur um árið Bólkur III 8 – 12 ár. Fáa 8 tekstbøkur um árið UNG 13 ár og eldri. Fáa 4 ungdómsbøkur um árið

Løn Sambært avtalu Freist 22 oktober 2003 Áhugaður? Send eina umsókn til MFS, Vesterbrogade 17A, 1620 København V ella www.mfs.fo - eru spurningar ella ivamál, vinarliga ring til skrivstovuna tlf. 33250210.

12

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-Dimmu og InternetSosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS skrivstovuna.

Bókadeild Føroya Lærarafelags Pedda við Stein gøtu 9 FO-100 Tórshavn Tlf. 317644 Fax 319644

Heimasíða: http://www.bfl.fo

9


Fjølnir nr.4, septembur 2002

Fjølnir nr.4, septembur 2002

Kjakið um kjakið

Framhald frá undanfarnu síðu

Sámal Kristiansen skrivar samalk@hotmail.com føroyskar myndugleikar um at gera íløgur í projektið og á henda hátt tryggja, at umleið 40-50 kømur vera tøk til føroysk lesandi. GÚ hevur ikki endaliga tikið støðu í málinum, men møguleikarnir eru tveir: (1) Vit heita á myndugleikarnar í Føroyum um at tryggja, at nøkur kømur vera tøk til føroysk les-andi, ella (2) vit gera einki víðari í málinum, av tí at vit eru danskir statsborgarar, og hava – í hvørt fall í teoriini – somu rættindi til atgongd til studentarbústað, sum donsk lesandi. Í hesum sambandi kann nevnast, at GÚ hevur fingið at vita, at føroyingar nú í praksis vera síðustillaðir við t.d. íslendingar og svenskarar, tá íð studentarverilsir verða býtt út. Áðrenn vit taka endaliga støðu í málinum er neyðugt at fáa váttað, at hesi tíðindi eru sonn. Í síðsta enda botnar málið sostatt í einum løgfrøðiligum kjaki. GÚ fer at taka endaliga støðu til, hvat skal henda í bústaðarmálinum umleið hálvan mai í ár.

Barnaansingarpláss Tað er ein stórur trupuleiki hjá nógvum føroyingum við børnum at flyta aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Hjá teimum flestu er tað ógvuliga torført at fáa ansingarpláss í Føroyum, og kann hetta taka langa tíð. Orsøkin til hetta er, at tað ikki ber til at skriva seg uppá bíðilista til ansingarpláss fyrr enn ein aftur er búsettur í føroysku kommununi. GÚ metir hetta vera ein stóran trupuleika, tí hetta millum føroyingar uttanlanda gerst ein orsøk til, at føroyingar velja at bíða við at fara aftur til Føroyar, og tískil møguliga at enda velja at vera verandi uttanlanda. Stuðulsstovnurin veitir á hvørjum ári ferðastuðul til føroyingar, sum nema sær útbúgving í útlandinum við tí fyri eyga at styrkja um sambandið við tey lesandi, tí ynskiligt er, at tey eftir lokna útbúgving koma aftur til Føroyar at arbeiða. Veruleikin er tó tann, at hesin málsetningur ikki verður rokkin um tey føroysku viðurskiftini ikki eru nøktandi. GÚ heldur, at føroysk lesandi

uttanlanda, við tað at tey einans eru fyribils burturstødd í lestrarørindum frá bústaðarkommununi í Føroyum, eisini hava rætt til eitt pláss á bíðilistanum fyri ansingarpláss. GÚ hevur ikki endaliga tikið støðu til, hvat skal gerast i hesum máli. Ein møguleiki er, at gera kommunurnar í Føroyum varar við henda trupuleika og mæla til at fáa broytt hesa mannagongd. Her skal leggjast afturat, at nakrir av uppstillarunum til valið í Føroyum herfyri umrøddu henda trupuleika, so er spurningurin um hetta verður tikið upp aftur nú eftir valið. GÚ 2002 Eitt nýtt GÚ ár er nú byrjað og nýggj mál koma væntandi á dagsskránna. MFS limir eru altíð vælkomnir við í GÚ nevndina ella at koma við uppskotum um mál, sum GÚ kann arbeiða við. Hetta kann gerast við at senda ein mail til mfs@mfs.fo.

ÆTLAR TÚ TÆR AT FLYTA? -

Ja. Ikki er altíð so lætt at hava tær røttu meiningarnar, og serstakliga ikki í Føroyum, og skjótt heldur ikki í "de rigtige meningers land", Danmørk, við tess gjøgnumsúrgandi kulturradikalismu, ið ræðist ein hvønn farra av totaliteti. Tað er neyðugt at kjakast, hóast tey flestu heldur vilja siga, at tað er neyðugt at arbeiða. Halt uppat við hasum málageipinum. Hasum er eingin nytta í, og tú kemur tær altíð út í óføri, tá ið tú roynir at siga nakað skilagott um veruleikan. Men hvat skal man so heldur siga um veruleikan enn tað skilagóða? Kanska tað skilliga, ella tað góða??? Og er skilligt + gott tá ikki = skilagott, ella er tað í veruleikanum ov trupult at varðveita bæði skil og góðsku í einari kjakmentan, ið ber brá av einari ævigari stremban eftir totaliteti og guddómligum sannleika, sum tann føroyska? Rætt skal vera rætt, og í rætt skal rætt rekast! Kjakið skal ikki destabilisera, sum hasin búrkroppurin, Kim Simonsen, allatíðina roynir. Kim er ein møðislig fluga, ið allatíðina roynir at kitla tærnar á durvandi pállum, ið anda út ein køvandi pállamjørka um alt landið, sum teir liggja í einum ævig-um sannleikarúsi og tránjóta lívsins ótolandi lættleika.

N

-

Almenna kjakið er fyritreytin fyri øllum fólkaræði! Hesa útsøgn munnu tey fægstu vera ósamd við – uttan tey, ið altíð vilja vera ósamd. Og tað er gott at vera ósamd-ur, tí annars er sum vera man einki at semjast um, og semja er fyritreytin fyri handling, og ósemja er fyritreytin fyri semju og, øhhh???

innanoyggja? av landinum? til Føroya? privat – ella ? skrivstovur, stovnar e.l. Vit pakka niður og inn eftir ynski! Vit hava flytikassar! Vit hava altíð eitt gott tilboð!

Og sanniliga er hann drøyur, hasin Kim. Hann heldur seg sgu vera, og tað er nakað av tí ringasta man kann gera í janteháborgini Føroyum. Tað er ikki áhugavert at hoyra nakað nýtt. Í besta føri er

DANNY TRANSPORT Tlf.: 31 91 92 Fax.: 31 91 93 Fartlf.: 28 41 00

10

tað í lagi at hoyra nakað gamalt í nýggjum sniði. Men nakað, ið skrykkir upp vælvaksnar sosialar røtur, má av øllum alvi basast, tí tá er vandi á ferð. Ein vandi fyri at galdandi sosiala (og politiska) maktspælið verður skúgvað, og tað hevur eingin mær vitandi nakrantíð góðtikið uttan stríð. Og Kim er ein tílíkur sosialur terroristur. Hann roynir gud hjálpi mær at lýsa veruleikan!!! Nakað, ið hevur verið óhoyrt síðan nýmarxismuna í sjeytiárunum. Hann roynir at tulka tey tekin (fenomen), ið tóna fram í sinni hansara á aðrar og nýggjar (og vandamiklar) hættir. Akkurát sum Jesus, forrestin, uttan yvirhøvur at koma við víðari samanlíkningum. Best hevði verið at krossfest handan Kim, men tað er ikki nakað man ger í føgru og poleraðu Føroyum. Krossurin er heilagur... men kanska eitt Hitlermerki... Men tað er kanska í so makaburt, so hví ikki bara fara í gongd við at drepa hatta óargavættið symbolskt? Vit seta hann í ringt ljós! Vit gera hann til eina sosiala pariu, ið altíð sigur skeivt, líkamikið hvat hann so sigur, og líkamikið um tað so er rætt. Eg skilji ikki, at hann tímir, hasin Kim. Hann man vera nakað treiskur. Hví berjast ímóti tí góða og tí skilliga, fyri at nærkast tí skilagóða? What's the point? Hví kann hann ikki bara innorðna seg: "Kæft, trit og retning!"??? Men soleiðis eru summi fólk. Páll Poulsen roynir at gera tað til eina ultimativa orsakar-frágreiðing uppá tað, at Kim er so møðisligur, at hann er strandingur!!! Ella sum hann sjálvur skrivar: "Hann er uppvaksin úti á eini bygd, og tað er ein keðilig fortíð at bera í skjáttuni." Sig so tað. At vera uppvaksin á Strondum er ein garantur fyri at man er møðisligur, treiskur og

býttur. Og hetta av teirri orsøk, at Kim Simonsen er møðisligur, treiskur og býttur. Og so eru allir strandingar møðisligir, treiskir og býttir. Hetta er logikk av hægsta kalibri. Hetta man vera tað man kallar vísind. Hetta er skil! Hetta er gott! Men skilagott??? Neyvan!!! Hatta er bara nakað, Páll Poulsen kann loyva sær at siga, tí hann ikki sjálvur hevur familju av Strondum, ella hvat veit eg... Eitt tað torførasta í øllum heiminum er at krúpa út úr sínum egna kroppi og eygleiða hann uttanífrá. Tað er ikki altíð so stuttligt, tí so sær man knappliga sín stóra ølbúk, sítt reyvarskegg og síni darlandi hanginossir. Best er at ákæra onnur í staðin. So kann man ganga og spilla onnur út og skíra tey ljót og býtt, meðan ein sjálvur er ímyndin av tí góða, tí vakra: Sjálv ímyndin av guddómleika. Og soleiðis er eisini við andaliga lívinum. Tú sært ikki flísina í tínum egnu eygum fyri bulin í eygum næstra tíns... Tú hevur ein tørv á at vera "í lagi", tí annars gevur tilveran onga meining. Og soleiðis gongur kjakið í Føroyum – enn sum áður. Men tað er kanska ikki annað møguligt í einum so lítlum samfelagi, har øll kenna øll, og tískil hava rættiliga gott sosialt tamarhald á hvørjum øðrum. Tí fær ein anti-jante sum Kim Simonsen eisini skortfleingjuna av sínum "semiFramhald á næstu síðu 

11

Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 4 - September 2002  

Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 4 - September 2002

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you