www.megd.fo
Desember 2019
MEG D |
1
Rætturin til – Eg havi endurmenning tað gott!
9 Bara lúsin útlendsk er
27
12 Samgonga miðvís við rehabilitering
30
Tá ið blóðtøppurin lemur
14 Virkna lívið og luttøka í øllum lívsins viðurskiftum
32
Útgevari: MEGD – Íslandsvegur 10c – 100 Tórshavn – Telefon 317373 – megd@megd.fo – heimasíða: megd.fo – Skrivstovutíð: Týsdag, mikudag og hósdag 10.00 – 15.00. Starvsnevnd: Tóra við Keldu, forkvinna – Róa Midjord, næstforkvinna – Hallur Thomsen – Randfríð S. Sørensen – Anna Petersen –
Mynd: eybii myndir
Oddmar Juul Samuelsen:
Eitt virkið lív Hvørt ár uppliva fleiri, at lívið fær eina bráa vend. Vanliga eru tey partur av einum virknum gerandisdegi, men alt í einum verður gerandisdagurin fyltur av ókendum avbjóð ingum. Nú er tað knappliga blóðtøppur, heilabløðing ella varandi sjúka, ið seta dagsskránna. Onnur hava kent líknandi avbjóðing alt lívið. Hetta ger ikki avbjóðingina minni – kanska øðrvísi. Tað, sum tó er felags fyri báðar partar, er, at øll, ið fáa eitthvørt at stríðast við, vilja vera partur av einum mennandi gerandisdegi saman við øðrum. Uttan undantak. Tí hevur tað týdning, hvussu skipanir uttan um hesi eru skipaðar, tí tær eru sjálv fyritreytin fyri tað virkna lívið. Orð sum habilitering og rehabilitering eru kend. Tey verða í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá ein staklingum, ið bera brek, nevnd menning (habilitering) og endurmenning (rehabilitering). Ásett er í sáttmálanum, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Tí skulu Føroyar skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu-, starvs-, útbúgvingar- og almanna økinum soleiðis, at hesar tænastur og skipanir:
•
byrja so tíðliga sum gjørligt og byggja á tvørfakliga meting av tørvi og styrki hjá tí einstaka • stuðla uppundir, at fólk, ið bera brek, í allar mátar eru við og verða tikin upp í samfelagið, eru sjálvbodnar og tøkar hjá fólki, ið ber brek, so tætt sum til ber við egnan bústað, eisini úti um landið Víðari skulu Føroyar virka fyri at menna byrjanarútbúgv ing og framhaldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningar- og endurmenningartænastum, og virka fyri, at hjálpartól og tøkni, sniðgivin til fólk, ið bera brek, verða tøk, at kunnleiki er um tey, og at tey verða nýtt í sambandi við menning og endurmenning. Hvørjar møguleikar hava borgarar í dag, tá ið talan er um menning og endurmenning? Hetta spyrja vit í blaðnum og geva eina mynd av, hvussu støðan er í Føroyum. Í Vælferðarlógini eru nýggj hugtøk sum t.d. endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, og tí spyrja vit eisini, hvussu hesi hugtøk skulu skiljast í sambandi við menning og endur menning. MEGD ynskir tær ein virknan og mennandi gerandis dag og góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU forkvinna í MEGD
Ábyrgd: MEGD – Lagt til rættis: Sonne Smith, journalistur – Prent, uppseting og liðugtgerð: Føroyaprent – foroyaprent.fo – Telefon 314555 – Loyvt er at endurgeva tilfar ella partar av tilfari (myndir undatiknar) treytað av, at keldan er tilskilað. 2
For- og baksíða: GRAFIA | MEG D
MEG D |
3
Endurmenning í Føroyum Orðaskifti um rehabilitering – endurmenning – hevur mangan verið í Føroyum tey seinnu árini. MEGD fegnast um, at í Samgonguskjalinum 2019 stendur, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið, og ein yvirskipað lóg skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Rehabilitering er eitt altjóða rák, tá ið tað ræður um spurningin um at veita samskipaðar heildartænastur á almanna- og heilsuøkinum, har sjón eykan er á lívsdygd, mannarættindi og eins møguleikar hjá fólki, ið bera brek. Brek er sambært ST-sáttmálanum varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at fólk til fulnar og virkin kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Hvat er rehabilitering í grundini? Sambært World Report on Disabil ity (Heimsfrágreiðingin um brek) er rehabilitering: átøk, ið stuðla tí ein staka, sum livir við, ella sum sann líkt fer at liva við tvørrandi førleika at røkka og varðveita besta førleika til at vera virkin í sínum umhvørvi. Sambært WHO er endamálið við rehabilitering: • At fyribyrgja førleikamiss • At minka um skjótleikan av før leikamissi • At betra ella endurbøta førleika • At kompensera fyri mistan før leika • At varðveita verandi førleika
4
| MEG D
Føroyska orðið fyri rehabilitering er endurmenning. ST-sáttmálin nýtir harumframt orðið habilitering, sum umsett til føroyskt eitur menning. Síð an hava vit hugtøkini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvørjar hugs anir og atgerðir eru aftanfyri hesi hugtøkini, og hvat er munurin? Og eru øll í veruleikanum ikki partur av somu søk? MEGD-blaðið fer at varpa ljós á rehabilitering, og vónandi kann tað gera sítt til at geva eina greiðari fatan av, hvat rehabilitering snýr seg um, men vit vilja serliga vísa á, hvussu føroyingar, ið hava brúk fyri reha bilitering í víðari merking, kunnu fáa munadyggar, heilsustimbrandi tæn astur, so teir fult kunnu vera við í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Bakgrund
Í greinini hjá Hedevig Matras og Eyð bjørg Joensen er allýsingin av reha bilitering hjá Marselisborg og góð frágreiðing um, hvat endurvenjing og viðvíkahaldsvenjing er. Vit fara at hyggja at, hvussu tey
» Jónvør Christiansen, aðalskrivari hjá MEGD
ymisku orðini verða brúkt í føroyskum samanhangi. Niðanfyri er samanumtøka av hug tøkunum, lýst í føroyskum lógarteksti og ST-sáttmálanum.
ST-sáttmálin
Sum nevnt brúkar ST-sáttmálin orðini rehabilitering, sum á føroyskum eitur endurmenning og habilitering, sum eitur menning.
Sum nevnt brúkar ST-sáttmálin orð ini rehabilitering, sum á føroyskum eitur endurmenning og habilitering, sum eitur menning. Endumenning kann altso lýsast sum tað at endurvinna ein ella fleiri førleikar, sum ein hevur mist. Menning kann lýsast sum tað at menna nýggjar førleikar, eitt nú hjá einum barni, sum er føtt við breki, her venjingin skal stuðla menningini frá barna- og ungdómsárum til vaksna mannaár. Sambært grein 26 í ST-sáttmál anum skulu limalondini taka muna dygg og hóskandi stig til tess at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálv ræði og luttøku í øllum lívsins viður skiftum, og skulu skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og end urmenningartænastur og skipanir,
serstakliga á heilsu-, starvs-, útbúgv ingar- og almannaøkinum (teksturin styttur). 2. Limalondini skulu virka fyri at menna byrjanarútbúgving og fram haldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningarog endurmenningartænastum. Rehabilitering í føroyskum lógar teksti Eldralógin frá 2014 er tann einasta lógin, har endurmenning er nevnt. Í lóg/kunngerð um Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið verður endurvenjing nýtt. Orðið endurmenning er heldur ikki nýtt í lógaruppskotinum um væl ferðarlóg hjá undanfarnu samgongu, men har eru hugtøkini endurvenjing og eisini viðlíkahaldsvenjing.
Eldratænasta og heimarøkt
Lógin um eldratænastu og heima røkt brúkar orðini endurmenning, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing. Grein 1. stk. 2 sigur, at endamálið við heild artænastuni er: c) at endurmenna mistan førleika og d) at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg
sjálvan. Í stk. 4 stendur, at heima sjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning o.s.fr. Í grein 10 stendur, at kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjón istum tænastur, ið kunnu stimbra lik amliga, sálarliga og sosialt soleið is, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst, og at tæn asturnar kunnu fevna um dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing og viðlíkahalds venjing.
Endurvenjing í sjúkrahúsverkinum
Kunngerð nr. 21 frá 21. mars 2017 um endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum stendur í grein 1, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúkling ar, ið hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Stk. 2 sigur, at endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing. Endurvenjing hjá Almannverkinum Í forsorgarlógini grein 29 stendur, at Almannaverkið veitir endurvenjing
til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16-17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, fyri at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Sambært kunngerð um endurvenj ing nr. 20 frá 21. mars 2017 grein 1 verður endurvenjing veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almanna verkinum. Endurvenjing verður veitt sum bólkav enjing, eins takl inga venjing ella sum ein samanseting av báðum. Endurvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir at førleik in er endurvunnin, ella at førleikin ikki kann endurvinnast. Endurvenjing fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing.
Lógaruppskotið um almannatrygd og vælferð
Í uppskotinum til Løgtingslóg frá 2019 um almannatrygd og vælferð stendur
MEG D |
5
Limafeløgini siga Alzheimerfelagið •
»
• •
Eitt týdningarmikið arbeiði verður haraftrat at tryggja dygd, samstarv og ikki minst samanhang í tænastunum.
• •
At menniskju við demens hava sjálvavgerðarrætt. At vit virka saman við teimum heldur enn fyri tey. At fáa røkt sínar førleikar tá ið demenssjúka er staðfest. At menniskju við demens fáa møguleika til eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Seta fokus á at venja gerandis aktivitet og at hava møguleika at vera við í tiltøkum í nærumhvørv inum.
Epilepsifelag Føroya í grein 37, at endurvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum vegna mistan førleika tørvar endurvenjing. Og sambært grein 38 verður við líkahaldsvenjing ein møguleiki og kann veitast persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkis førleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar soleiðis, at per sónur kann fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ella klárar seg uttan ella við minni hjálp frá Almanna verkinum.
Niðurstøða
Fyri at taka saman um, er endur menning (rehabilitering) høvuðsheiti fyri fleiri ymisk átøk og heilsutænast ur, sum hava til endamáls at vinna mistan førleika aftur, meðan menning (habilitering) er at menna nýggjar førleikar t.d. hjá børnum, sum eru fødd við breki. Limafeløgini hjá MEGD umboða ein víðfevndan skara hjá fólki við ymiskum brekum, og
6
| MEG D
endurmenningin verður tí sera ymisk í innihaldi og vavi og hevur ymisk endamál. Les útsagnirnar hjá lima feløgunum hjá MEGD, har tað hjá fólki við Alzheimer snýr seg um at venja gerandisaktivitetir og at hava møguleika at vera við í tiltøkum í nær umhvørvinum. Fólk við epilepsi hava tørv á fysio- og ergoterapi, kogni tivari viðgerð og møguliga tillagað um starvi. Fólk við apopleksi hava tørv á áralangari endurmennning, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, kognitións- og taluvenjing. Felagið Javni umboðandi borgarar við menn ingar- og/ella rørslutarni leggur dent á týdningin á regluligum venjing um, sum hava til endamáls at varð veita og menna førleikar og tryggja trivnað og luttøku í felagsskapinum. Spastikarafelagið leggur dent á sál arligu endurmenningina, endurvenj ing og viðlíkahaldsvenjing. Og Sinn isbati leggur dent á, at tað snýr seg um empowerment, t.v.s. at tann rakti so nógv sum til ber, tekur ræði aftur í egnum lívi.
Til seinast
Sambært landsstýriskvinnuni í Almannamálum verður uppskotið um vælferðarlóg, ið skal avloysa forsorg arlógina, endurskoðað og dagført.
Eitt týdningarmikið arbeiði verður haraftrat at tryggja dygd, samstarv og ikki minst samanhang í tænastun um. Heilsuverk, Almannaverk, Skúla verk og kommunur mugu taka felags tak, so tey, ið hava ein samansettan tørv, kunnu fáa røttu hjálpina til røttu tíð. Endurmenning er ikki eitt tilboð, men fleiri ymisk tilboð tvørturum geir ar og fakmørk. Tá ið endurmenning eydnast, er tað ikki ein, men fleiri partar, ið taka ábyrgd av at sam starva. Tað fara persónligu søgur nar at siga frá.
Tey flestu, ið hava epilepsi, hava serligar avbjóðingar. Sjálvandi eru tað altíð nøkur, sum einki merkja til sjúkuna í gerandisdegnum. Tilboð – fysioterapi: Eftir krampa herðindi hava tey yvirhøvur brúk fyri at fáa mýkt vøddarnar. Tað følist sum tey hava runnið maraton eftir eitt herðindi. Kognitiva viðgerð: Tilboð um kogni tiva viðgerð hevði verið gott hjá teim um við epilepsi. Vart ella tillagað starv: Summi, ið hava epilepsi, hava ilt við at fáa starv ella lærupláss. Tilboð um vart ella tillagað starv hevði verið gott. Gott um Almannaverkið fylgir teimum, ið hava epilepsi, so tey ikki bara ganga heima fyri einki.
Heilafelagið
Løgtingið má gera lógarverk, sum tryggjar øllum apopleksiraktum rætt til rehabilitering og endurvenjing. Heilsumálaráðið má hava eina vis ión um, hví rehabilitering skal setast í verk og arbeiða við at íverkseta eina heildarhugsjón við lívsgóðsku sum endamáli. Apopleksi er ein kronisk sjúka, sum í summum førum krevur áralanga rehabilitering. Umráðandi er tí hjá øll um sjúklingum/fólki, ið eru rakt av sein heilaskaða, at tey eru við, so tey kunnu vera virkin í tí, sum gevur meining hjá
tí einstaka. Hetta ber í sær ágóða hjá sjúklinginum, teimum avvarðandi og samfelagnum.
Hvussu: •
• • • • • • • • • • •
Tryggja rehabilitering tað fyrsta árið, har framgongdin er størst og í sambandi við framgongd ella afturstig. Viðlíkahaldsviðgerð, fysisk venj ing, kognitións- og taluvenjing kann venjast í fleiri ár. Tryggja at B7 aftur verður ein deild, sum bara hevur apopleksi sjúklingar. Tryggja møguleikan fyri høgt spesialiseraðari viðgerð uttan lands. Serkøn fakfólk í apopleksitoym inum greina tørv á rehabilitering og endurvenjingarætlanum. Starvsfólkini uppnormerast og spesialiserast. Tørvur er á fakfólki. Gera spesialiseraðan viðgerð arstovn sum heilsuverk og almannaverk fíggja í felag. Seta samskipara/fakligt toymi. Fleiri vard størv og dagtilhald. Fleiri umlættingarpláss, ið eru meiri sentral. Bústaðir kring landið.
Javni
Førleikar skulu mennast og røkjast Borgarar við menningar- og/ella rørslutarni verða, so skjótt sum brek ið er staðfest, knýttir at einum tvør fakligum menningar- og røktardepli. Í tøttum samstarvi við netverk borg arans verður arbeitt eftir samskipað ari heildarætlan, har fyrilit er við øllum menniskjanum. Likamligar, menn ingarligar og sálarligar avbjóðingar verða javnsettar. Regluligar venjingar hava sum mál at varðveita og menna førleikar, tryggja trivnað og luttøku í felagsskapinum. Tænastan fevnir eisini um tey, sum búgva í vardum bútilboð.
Spastikarafelagið
Vit í spastikarafelagnum halda tað vera ómetaliga umráðandi, at vit eis ini hugsa um ta sálarligu rehabiliter ingina. At merkja kroppin vikna tekur hart upp á sálina. Rehabiliteringin, sum vit hava nú, er ógvuliga góð, bæði fysioterapi og ergoterapi. Vit halda, at viðlíka haldsvenjing er tað, ið okkum tørvar í Føroyum, so at vit ikki skulu gerast so illa fyri, áðrenn hond verður tikin um trupulleikan. Vit brúka heitini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Endurvenjingin verður ein afturvendandi tørvur, tá ið eingin viðlíkahaldsvenjing er.
Sinnisbati
REHABILITERING, RECOVERY OG SÁLARSJÚKA Eftir allar sjúkur, løstir og avbjóð ingar, sum ein fær ígjøgnum lívið, er umráðandi at koma fyri seg aftur. Hetta verður við einum fremmandorði rópt rehabilitering. Hetta hugtak og fyribrigdi hevur eina fjøld av ymiskum leistum í uppskoti, ið ikki verða nevnd her. Tó hevur ein leistur virkað væl við sálarsjúkuavbjóðingum, og tað er RECOVERY. Henda gongd hevur víst seg at geva fólki áræði og lívsgóðsku aftur, so at tey eru lutvíst ella heilt frísk. Recovery snýr seg um empowerment, t.v.s. at tann rakti so nógv sum til ber tekur ræði aftur í egnum lívi. Ein vón er kveikt og hartil dirvi, og ein er komin til sættis við, at ein er ein persónur, ikki ein diagnosa. Ein tekur dagin á seg, og við at seta annan fótin frammanfyri hin, ofta við ótta og bivan, serliga í fyrstani, verða hesi trilvandi fet til eina treysta gongd, har ein hevur fingið tað lívið aftur, sum ein vil liva. Fyri at RECOVERY skal eydnast, er neyðugt, at tey, sum eru um tann sálarsjúka, samstarva konstruktivt og professionelt við borgaranum í miðdeplinum.
MEG D |
7
Rætturin til endurmenning
Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn: Tey hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði
Tað sigur 26 ára gamla, Hervør Ólafs dóttir Lützen í Havn, sum er einlig mamma við trimum børnum. Hervør er undir umskúling eftir, at hon fyri einum seks árum síðan var fyri vanlukku, har hon breyt óst beinið. Eitt brotið óstbein veksur van liga saman aftur av sær sjálvum, tó, í Hervørsa føri vaks tað ikki saman aftur, men tað fann hon ikki út av fyrr enn eitt hálvt ár eftir, tí gekk áhald andi og stríddist við pínu, hóast hon hevði fingið at vita frá læknunum, at her var alt, sum tað skuldi, og einki var til hindurs fyri, at hon kundi fara út á arbeiðsmarknaðin aftur. – Eg fekk ikki gjørt tað arbeiði, sum eg skuldi, og tað viðmerkti stjórin, har eg arbeiddi. Eg fekk ikki líka nógv burturúr sum hini starvsfólkini, segði hann. Hervør arbeiddi á eini Magnstøð.
Løgd undir skurð
Hervør fór til fysioterapeut, tí hon hugsaði, at tað kanska vóru vødd arnir, ið vóru skaddir ella viknaðir. Fysioterapeuturin staðfesti alt fyri eitt, at hetta var als ikki samanvaks ið aftur. Hann ringir til Landssjúkra húsið og sigur, at hetta er óvanda
8
| MEG D
verk, og ein mánað eftir lá Hervør á skurðborðinum og fekk eina plátu lagda á brotið, men undir skurðvið gerðini vórðu nakrir eitlar kvettir. Tá ið hon arbeiddi, bólgnaði armurin, tí at veska samlaðist í honum samstundis við, at armurin var ógvuliga veikur júst tí, at hon hevði gingið so leingi við pínu, og hon skuldi royna at verja armin við at brúka hann sum minst. Hervør breyt óstbeinið tann 9. juli í 2014. Hon var akkurát liðug við student og var farin uttanlands á eina stutta fjakkaraferð í tvær vikur í Írlandi. Hon og onnur ætlaðu at ferð ast um alt landið, og allastaðni har tey komu í Írlandi, søgdu tey: Farið til Ring of Kerry í Killarny. Tey mæltu til, at fólk súkklaðu, tí so fingu tey rættiliga notið ferðina. Ring of Kerry er eingin mannagjørd súkklubreyt. Tey súkkla úr bygd í bygd, til samans 190 kilometrar. Hervør var í Írlandi, tí henni hevur altíð dámað landið. Tann grøna Oyggin er ikki ov fjarskotin. Tað er heldur ikki ov stórur mentanarhvøkk ur ... tað hevur næstan verið ein íborin áhugi hjá Hervør at síggja og upp liva Írland.
Lagnulødd undanbrekka
Hervør hevði súkklað 109 kilometrar fimta dagin í mótbrekku allan vegin tann dagin. Tá ið hon hevði súkklað ovast í brekkuni, var undanbrekka allan vegin til ta næstu bygdina. Hetta var ein rættiliga drúgvur teinur í undanbrekku, og Hervør læt bara súkkluna rulla, men brádliga sneiðir vegurin, sum hon ikki hevði varnast. Hon hoyrir vinmannin rópa: Bremsa! Hervør bremsar, men missir tamarhaldið á súkkluni og dettur. Tá ið hon brestir í vegin, bóltaði hon eftir honum einar átta ferðir – varð henni fortalt aftaná. Tá ið hon raknar við aftur, fær hon so dánt reist seg upp, men hon fær ikki lyft armarnar og sær bara skuggar flyta seg. Hon roynir at siga okkurt. Fær ikki formað orðini. Tað kemur bara ljóð úr henni. Hervør varð borin yvir um vegjað aran, tí hon lá meislað mitt á vegnum. Fólk steðgaðu fyri at hjálpa, og tey sótu hjá henni, meðan tey bíðaðu eftir ambulansuni. Tað tók ein tíma at bíða og ein tíma aftrat at koyra á sjúkrahúsið. – Læknarnir vita ikki hví, óstbeinið ikki vaks samanaftur, tí á skannara myndunum sá tað út sum um, at tað
MEG D |
Orð og mynd: Sonne Smith
- Eg havi altíð arbeitt nógv og havi elskað at arbeiða, so at fáa at vita eftir vanlukkuna, at eg ikki var við í arbeiðinum av fullum huga, tað var mær ein dyggur smeitur
9
var vaksið samanaftur, men eg havi sjálv hugsað nógv um hetta, tí eg havi eina teori um, at óstbeinið var brotið tvey støð. Hervør heldur, at tað pettið av óst beininum, sum lá ímillum tey bæði brotini á óstbeininum, hevur ikki fing ið fest seg í støðini, har tað var brotið, og ein ein skinnari, sum ikki hevur havt festi, hevur lagt seg ímillum. Í Írlandi varð óstbeinið skannað, og síðan varð myndin sent lækna num hjá Hervør í Føroyum. Hon var á Landssjúkrahúsinum, har tey tóku røntgenmynd og løgdu armin í fattil.
Fekk ikki arbeitt
Samanumtikið fór Hervør ígjøgnum nógvar kanningar, og um miðjan august í 2014 segði læknin á Lands sjúkrahúsinum, at nú sá óstbeinið út til at vaksa samanaftur, so hon skuldi bara fara út á arbeiðsmarknaðin aftur. Hervør Lützen hevði sum nevnt akkurát fingið studentsprógv tá. Síð an ætlaði hon sær at arbeiða í eitt ár og samla sær eitt sindur av pengum og so fara til Danmarkar at lesa, men hon hevði ikki endaliga gjørt av, hvat hon skuldi lesa til. Hon fór til arbeiðis hjá Magn í Gundadali í Havn, men har mátti hon steðga á, hvørja ferð hon hevði vent einum 10 pylsum, tí hon fekk ilt í hondina, sum alsamt hovnaði. Tá ið hon kom til hús, legði hon dóttrina at sova og koyrdi hana á stovn. Sjálv svav Hervør syndarliga lítið um nátt ina. Hon var øgiliga móð hvønn ein asta morgun, hon skuldi til arbeiðis. – Eg var so troytt, og til seinast sigur ein, sum eg arbeiddi saman við,
10
| MEG D
at stjórin helt ikki, at eg fekk nóg nógv burturúr, tí eg var ikki líka skjót sum øll hini, og stjórin vildi fegin hava, at eg arbeiddi skjótari. Ókey, so royndi eg tað, men tað bleiv bara verri og verri við arminum.
– Far og fá tær hjálp!
Ja, so segði ein starvsfelagi við Her vør: Far til læknan aftur ella onkran, sum kann hjálpa tær, tað er ikki rætt, at tú blívur við at hava ilt. Hon tók Panodil fyri pínu, men tað hjálpti sjálvandi ikki upp á pínuna, bara doyvdi eina løtu. Og Hervør dámar ikki at taka tablettir soleiðis hissini. – Eg hugsaði nú fyri mær sjálvari – veitst tú hvat! Eg fari at ringja til ein fysioterapeut! Tí hann fær helst hjálpt mær við at fáa musklarnar trenaðar upp, tí tað man vera har, trupulleikin er. Fysioterapeuturin hjá Havnar Fys ioterapi, Hjørleif Niclasen, staðfesti skjótt, at óstbeinið var framvegis brotið, og meðan Hervør sat har, ringdi hann á Landssjúkrahúsið. Vanlukkan hendi fyrst í juli, og Her vør fekk at vita í august, at hon kundi fara til arbeiðis. Hon fekk arbeiði beinanv egin, men í novemberdesember fór hon til fysioterapi, og í januar varð hon boðsend at koma á Landssjúkrahúsið, har hon varð løgd undir skurð 5. februar árið eftir – í 2015, tá ið ein skiva varð løgd inn. Maður hennara tá sigldi úti og fekk tí ikki hjálpt henni. Eftir operatiónina fekk Hervør morfin fyri pínu, men morfinið hevði við sær, at hon svav nógv meira enn væl var. Hon fekk øgiliga nógv morfin, men royndi at
taka so lítið sum møguligt. Tað bar rætt og slætt ikki til at vera doyvd av morfini, tí hon átti eitt lítið barn, sum hon skuldi taka sær av.
Heim til mammu sína
Hervør flutti heim til mammu sína soleiðis, at hon kundi hjálpa til, tí lítla dótturin var bara hálvtannað ár. Hetta lítla barnið skilti sjálvandi ikki, hvat bagdi, og var uppaftur nærri knýtt at mammu síni og ommu. Í løtuni búgva Hervør og hennara trý børn í Lambagerði í Havn, og hon hevur bil, men henni og børnunum dámar so stak væl at fara við buss inum. Hon súkklaði ikki aftur fyrr enn í fjør – í 2018 – ikki tí at hon ætlaði sær at súkkla. Hon var og vitjaði eina vinkonu í Danmark, meðan børnini vóru í feriu hjá pápanum. Vinkonan spurdi, um tær ikki skuldu fara ein túr og kom við tveimum súkkluhjálmum. – Øh, skulu vit súkkla? spurdi Her vør. – Ja, sjálvandi, sigur vinkonan, – vit eru í Danmark. Hon setti seg á súkkluna, men hon má siga, at tað kendist ikki væl. Vanlukkan hevði rótfest seg í likam og sál.
Endurmenning, hvat er tað?
Hervør kom annars til eina endaliga samtalu hjá læknanum hjá sær í Havn. Her varð mett, hvussu nógv prosent av arbeiðsførleikanum hon hevði mist. Tað vórðu til seks prosent, men hon visti einki um, at hon hevði rætt til hesa endurmenningina. Hon fekk bara at vita frá heilsuverkinum, at hon fekk so og so nógv afturgoldið frá tryggingini. Seinni fekk hon tó at vita frá eini vinkonu, at hevði hon mist seks prosent av sínum arbeiðs
førleika, so hevði hon rætt til at søkja um endurmenning, og ikki fyrr enn tá sigur Hervør: – So, havi eg tað ... hvat er tað ...? Hon fekk sjálvandi at vita, at hon fór at fáa hjálp við at trena armin uppaftur. At koma fyri seg. At leggja vanlukkuna aftur um seg. Hon fekk eisini at vita, at hon kundi fáa hjálp til at fara undir eina útbúgving, sum hon veruliga kundi brúka, hóast løsturin hevði darvað hana so mikið sum staðfest var. Hervør var himmalfegin um, at hon átti eina vinkonu, sum visti alt hetta um, hvussu hon kundi koma víðari í lívinum. Hon vendi sær nú til Almannaverk ið og svaraði upp á eina rúgvu av spurningum har. Hon fekk millum annað at vita, at nú kundi hon fáa viðgerð hjá fysioterapeuti og ergo terapeuti. Hervør visti ikki rættiliga, hvat ein ergoterapeutur var fyri nak að, men hjá Almannaverkinum hitti hon Beintu, ergoterapeut og Ára, fysioterapeut. Í fyrstani var tað ógvuliga strævið, sigur Hervør, tí hon skuldi skriva upp fyri hvønn dag, hvussu pínan var eftir hvørja uppgávu, hon hevði útint, til dømis vaska klæðir og tílíkt, og bara tað at skula meta um pínuna. Tá ið ein hevur gingið við pínu so leingi, lærir ein seg at látast ikki at merkja pínuna. – Men tá ið eg nú aftur skuldi læra meg at hugsa um hesa pínuna, so føldi eg hana nógv meira, enn eg hevði gjørt leingi, og tá varð eg so øgiliga troytt – at skula føla alla pín una umaftur. Tá fór Hervør aftur til tað at sova
leingi, men tað fór ikki at bera til við trimum børnum, so hon fór at taka pínulinnandi heilivág aftur. Hon fann útav, at við góðari venjing eggjar kroppurin nøkrum evnum til at virka soleiðis, at pínan hvørvur, og við ergoterapi lærdi hon, at tað ber til at laga seg eftir umhvørvinum rundan um seg soleiðis, at tað verður lættari at brúka bilin hjá sær, vaska gólv, vaska klæðir, ja, yvirhøvur at virka uttan óneyðugt sjagg og baks hvønn tann einasta dag. Tað gongur væl nú. Hon dugir at handfara pínuna við teirri hjálp, hon hevur í endurmenningini.
Rópt samfelagsnassari
Ið hvussu er og ikki, so byrjaði endur menningin hjá Hervør ikki fyrr enn í fjør – í 2018 eftir, at hon hevði livað við nógvari pínu í eini fýra ár. Tó kann Hervør siga í dag: – Tey hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði, fysioterapeuturin og ergo terapeuturin, tað er ordiliga deiligt at koma til teirra, tí mann følir tað ikki sum, at tað er nakað at skammast av. Mann er har fyri at fáa tað betri soleiðis, at mann kann koma útaftur á arbeiðsmarknaðin. Skammast? – Eg eri blivin kallað fyri samfelags nassari, so her er framvegis henda skammarkenslan, ið nívir meg, tí eg fekk pengar frá Almannaverkinum fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina, sum eg taki nú. Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn lesur til lærara á øðrum ári ...
MEG D |
11
Oddmar Juul Samuelsen:
– Eg havi tað gott! Orð og mynd: Sonne Smith
Hann er tann sami fryntligi, fyrikomandi Oddmar. Blíður at koma inn til, fyrikomandi og fróður, og hann er sera væl nøgdur við tað føroyska heilsuverkið - Eftir mínum tykki hava vit heimsins besta heilsuverk, og tað er gott, at okkara fólkavaldu seta pening av til hetta, nú alsamt fleiri verða gomul í framtíðini, sigur Oddmar Juul Sam uelsen, sum á heysti í 2017 small av ógvuliga hættisligum krabbameini í merginum.
Vit endurgeva sjúkrasøguna hjá Oddmari:
Tá ið eg varð biðin um at siga frá míni sjúkrasøgu, so geri eg tað fegin sum eina lítla tøkk fyri alt, sum heilsuverkið í Føroyum var til reiðar at geva mær, tá ið eg veruliga hevði brúk fyri tí. Tað var um heystið 2017, haldi eg, at eg fór at føla pínu í rygginum. Eg hevði ongantíð verið hjá lækna og ella á sjúkrahúsi fyrr. Eg var yvir 70 ára gamal tá og helt hetta vera eitt slag av gikt og ella heksaskot og skemtaði við, at nú hevði eg fingið lumbago. Tað er eitt slag av gikt, sum bara tey vælbjargaðu kundu fáa. Eg fór til lækna, sum gav mær Panodil fyri pínu í rygginum, men hetta skuldi vísa seg at vera nógv verri. So eina náttina vaknaði eg og fór upp. Tá ið eg gangi eftir gólvinum, hendi tað, at tað var, sum onkur skeyt meg i ryggin við einari kanón. Eg small og lá har og fekk ikki reist meg upp aftur. Síðan misti eg vitið og mintist einki fimm tær næstu vikurnar. Ja, eg misti vitið av pínu, og eg veit ikki, hvussu eg kom a sjúkrahúsið. Eg havi skilt, at dóttir mín hevði ringt eftir ambulansu, so eg varð
12
| MEG D
borin út og koyrdur á sjúkrahúsið. Har fekk eg sterkan heilivág fyri pínu – og eg fekk marruna í fleiri vikur. Tað var ein ógvislig uppliving. Nú komu læknarnir inn í myndina og funnu skjótt útav, hvat mær feilti. Míni børn fingu at vita, at eg hevði fingið eina sera sjaldsama sjúku í mergin – eitt slag av krabbameini sum uttan skjóta viðgerð væl kundi enda við, at eg doyði.
»
Hesum kundi eg ikki trúgva, og sama hvat fyri pínu eg hevði, so skuldi venjing passast hvønn dag. Og tað byrjaði við bara at reisa meg upp úr einum stóli. Teir næstu mánaðirnar fekk eg regluliga venjing undir eftirliti frá heilsuverkinum. Og eftir sjey mán aða endurvenjing á ávikavist Lands sjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkra húsi fór eg til endurvenjingar hjá
Eg haldi, at hesar dugnaligu kvinnur eiga stórt rós frá mær, tí hetta gloymi eg ongantíð.
Tær fyrstu vikurnar á sjúkrahús inum minnist eg lítið til, men eitt minn ist eg sera væl, og tað var, at tera peutarnir, sum vóru serfrøðingar í skjótari uppvenjing, vóru skjótir at koma til hjálpar. Eg havi ikki rósur nokk til hesar fysioterapeutar, ið tóku meg til upp venjingar alt fyri eitt. Eg haldi, at hes ar dugnaligu kvinnur eiga stórt rós frá mær, tí hetta gloymi eg ongantíð. Eg minnist, at eg í januar mánaði liggi har og slapp ikki úr songini við egnari hjálp. Tað var ógjørligt at ganga uppi og ella fara í bað ella á vesi. Tað máttu tríggjar sjúkrasystrar til at hjálpa mær. So kom læknin ein dagin. Eg lá í songini, og læknin sigur: „Vit skulu nokk fáa teg upp aftur at ganga.“
Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu í tveir mánaðir. Í dag eri eg sloppin undan at taka nakað slag av heilivági fyri pínu í rygginum. Nú gangi eg tvær ferðir um vikuna til viðlíkahaldsvenjing á venjingarliði í Burn, sum fysioterpeuetarnir hjá Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, skipa fyri. Eg eri umleið sjeynduhvørja viku til kontroll á sjúkrahúsinum, og hetta eri eg sera takksamur fyri. Eg fái gingið aftur við ongum stavi. Og eg havi tað gott í dag!
MEG D |
13
til klokkan 12. Tað eitur tríggjar tímar og sjey minuttir um dagin, ið gevur 15 tímar og 35 minuttir um vikuna. Hon arbeiðir nógv meira enn tað. – Eg havi tað soleiðis, at skal eg vera til arbeiðis, og tey vilja hava meg har, so skal eg helst fáa nakað burturúr. Er tað bara tríggjar tímar um dagin, so verður tað lítið. Vígdis viðgongur, at hon er øgiliga móð. Tað fylgir við. Hon svevur kortini ikki alla tíðina, meðan hon er heima. Hon leggur seg á sofuna at hvíla seg.
Eyðsýnd morgunfrúa Vígdis Skaale: Eg eri ikki fagurlátin, men positiv av lyndi, hjá mær er einki yvirdrivið, men eg seti sanniliga prís upp á ta hjálp, sum eg havi fingið og fái
Tá ið blóðtøppurin lemur Orð og mynd: Sonne Smith
Tann 8. oktobur í 2017 varð Vígdis Skaale í Havn innløgd á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi, sum lamdi henni vinstru síðu, men haðani varð hon útskrivað, tí hon varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hon fekk nógva og góða hjálp Vígdis Skaale var í kønum hondum undir uppvenjingini á Lands sjúkrahúsinum, men tá ið hon var komin so og so langt, skuldi hon skrivast út. Hon hevði annars hoyrt, at hon skuldi sendast á Klaksvíkar Sjúkrahús. Har var eitt gott tilboð, sum Vígdis einki visti um. Hon fekk tað at vita, tí verdótturin arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so hagar fór Vígdis. Har fekk hon nógva og góða hjálp.
Skeiklað tosingarlag
Blóðtøppurin var atvoldin til, at tosingarlagið fór av lagi, tó at henni ikki tørvar orð. Vinstra síða varð lammað, blóðtøppurin sat høgrumegin og lamdi vinstru síðu. Tað, sum Vígdis heldur var best við uppvenjingini, var svimjingin. Hylurin í Havn varð stongdur, men í Klaksvík vóru tey, sum høvdu brúk fyri tí, hvønn dag í svimjihylinum har. Síðani hevur hon fingið endurvenjing hjá Almannaverkinum í Havn. Tað vil siga, at Vígdis fekk endurvenjing í níggju mánaðir til samans,
14
| MEG D
fyrst á Landssjúkrahúsinum og síðan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Almannaverkinum á Hálsi í Havn. Av tí at hon býr stutt frá húsunum hjá Almannaverkinum, kundi hon ganga hagar, og tað er jú venjing í sjálvum sær. Tvey ár eru liðin, síðan Vígdis Skaale fór í tilgongdina við rehabilitering, og hvussu hevur gingist?
arbeiðis aftur eftir tilburðin, var tað við vegleiðing frá Almannaverkinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, bjóðaði henni arbeiði tvær ferðir um vikuna við ongari løn sum ein liður í endurvenjingini. Hon hevur kortini sjálv avrátt, at arbeiða meira enn tvær ferðir umum vikuna, og tað hevur gingið væl higartil, sigur hon.
Ógvuliga treisk
Tillagað starv
– Eg haldi, tað hevur gingið væl, men tey siga, at eg eri ræðuliga treisk. Tað gongur altso væl hjá Vígdis av berum treiskni, og tað er sannlíkt, at treisk fólk fáa nakað væl burturúr endurvenjingini, tí tey vilja ikki slaka fyri teimum ógvisligu avbjóðingunum, ið teimum eru fyri í slíkari tilgongd við endurvenjing. – Eg arbeiddi fulla tíð, men nú arbeiði eg 40 prosent, sigur Vígdis, – men sjálvandi, eg eri eisini farin um pensjónsaldur. Tá ið hon arbeiddi fulla tíð, var hon skrivstovufólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tá ið hon fór til
Hon er á Heilsufrøðiligu Starvsstovni í tí, sum verður rópt tillagað starv, sum aftur er ein týðandi partur av endurvenjingini. Almannaverkið kompenserar fyri restina, áðrenn ein er fyltur 67, men so ikki longur. Vígdis er fegin um, at vit hava slíkar skipanir við eitt nú at arbeiða sum í hennara føri 40 prosent, serliga nú hon er einsamøll. Tað eitur, at hon arbeiðir 40 prosent, men hon arbeiðir nógv meir, sigur hon. Hon plagar at fara til arbeiðis klokkan 7 um morgunin av teirri einføldu grund, at tað passar henni best, at eingin annar er har tá, og so arbeiðir hon
Tað kann kanska undra, at hon fer til arbeiðis longu klokkan 7 um morgunin, men hon vaknar klokkan 5.30 hvønn morgun, so hví ikki fara til arbeiðis klokkan 7? Hon sovnar ikki aftur um morgnarar, tí hon er vorðin eitt A-menniskja. Hon svevur væl um náttina nú. Í fyrstani eftir tilburðin svav hon illa, tí hon var so bangin, sigur hon. – Altso, tað er mín teori, og tað er nokk ikki so ónatúrligt. Spurd, hvussu standurin var av blóðtøppinum, sigur hon, at hon var lammað í allari vinstru síðu. Starvsfólk leiddi hana, skuldi hon koma fram, men tíðum rendi hon á sengur og annað innbúgv, tí hon sá einki ta fyrstu tíðina, so hon var gul og blá allastaðni. Sama hvørjum sjúkrahúsi, ein er á, so eru sengur allastaðni, eisini úti á gongini, og tað er ikki serliga smart, sigur Vígdis. Hon gekk eftir lið. Tað er vorðið betri nú, tíbetur. Nú er eingin trupulleiki hjá henni at reisa seg og sovorðið. Tá ið hon kom heim og skuldi ganga túrar, hevði hon sonin Sigfríð at styðja seg til, tí henni dámdi einki at ganga einsamøll.
Ergo- og fysioterapi
Rehabiliteringin hjá Vígdis hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti er skipað soleiðis, at í fyrstani hitaði hon upp við at rógva á rógvimaskinu. Annars var sum vera man umráðandi við balansuvenjing við at halda í ribbur, tí balansufjøl og tílíkt kláraði
hon ikki. Venjingin var annars fjøltáttað, millum annað við at venja búkvøddar. Áhugavert er at hoyra, at ergoterapeuturin hjálpir við at venja tunguna í tí rakta til at fáa tosað aftur – andlitsvenjing – og við at brúka vanlig gerandisamboð og -lutir. Hjá ergoterapeutunum eru tær sera týdningarmiklu venjingarnar, ið verða róptar kápuvenjingar, ið vit vanliga rópa mimikk. Haraftrat er Vígdis ein av teimum, ið leggur putlispøl fyri at venja heila og hendur uppaftur. Hon veit akkurát, hvat tað er, sum hon skal venja, júst fyri at fáa tað skadda at virka aftur so væl sum yvirhøvur til ber. Tað kom so við og við, tó fær tað ikki verið fullfíggjað, men Vígdis leggur dent á, at hjá sær ræður veruliga um at vera treisk. – Nógv gongur upp á, at tú ert einsamøll. Eg haldi, at tað er nógv betur at vera fleiri, ið venja saman. Sjálvandi – tað fer kanska nakað av venjingini, tað veit eg ikki, men tað sosiala er eisini gott – sera gott.
Tilboð um viðlíkahaldsvenjing
Vígdis venur ikki longur, men í summar ringdu tey frá Almannaverkinum og spurdu, um hon kanska hevði áhuga fyri viðlíkahaldsvenjing, og ja, tað hevði hon avgjørt hug til. Tað hevur síðan borið í sær, at hon hevur gingið sjálv á fitnessmiðstøð og vant í einum liði fyri pensjónistar. Vígdis venur ikki fitness í løtuni. Hon hevur tikið sær eina pausu av sínum eintingum, sigur hon. Spyrt tú Vígdis, hvussu skjótt ein fer í venjing eftir at hava fingið eitt slag – blóðtøpp – svarar hon aftur, at alt valdast viljan hjá tí einstaka at koma so væl fyri seg sum til ber, og ikki minst verður ein eggjaður og stimbraður av dugnaligum starvsfólkum. Í slíkum føri sum hesum skal fakfólk til. Fakfólk, sum vita, at tað hjálpir at venja, og at tað hjálpir til at koma fyri seg aftur. Hvussu hevur mann tað psykist eftir ein slíkan brest í lívinum? Er tað eisini ein partur av endurvenjingini at koma fyri seg psykiskt?
– Eg havi hug at siga nei, sigur Vígdis, – eg haldi, tað er tíðin, sum arbeiðir, tú trýrt upp á tað til endans. Tað er eitt slag av sjálvsrehabilitering. Sálarfrøðingur er ikki við í hesi rehabiliteringini. Tað er rímiligt at hugsa, at eitt meint rakt menniskja verður deprimerað. – Jú, tað blívur mann, sigur Vígdis, – hjá summum liggur tað til at verða deprimeraður, og tá er tað ógvisligt. Onnur eru ikki so deprimerað sum so, veit hon.
Gongur túr hvønn dag
Ein vanligur gerandisdagur hjá Vígdis er soleiðis, at hon er til arbeiðis, og so kemur hon heim, og haðani fer hon nógvar túrar, fleiri túrar um dagin. Hon býr á Kommansmýri eystanfyri Bank Nordik. Hon gongur oman um Posta, fram við Lágargarði, rundan um Hoyvíkstjørn og so heim. Tað tekur umleið ein hálvan tíma hvørja ferð. Hetta er góð viðlíkahaldsvenjing. Sama hvussu veðrið annars er, so gongur hon henda túrin, tó ikki í hálku, tí so verður hon bangin, tí balansan er ikki, sum hon skal vera. Vígdis er bangin fyri at detta. Hon veit um píkar undir skónum. Tað átti hon at brúkt, men hevur ongantíð átt hesar píkarnar. – Men Almannaverkið hevur gjørt mær ein gelendara á húsaveggin við trappuna úti, og so fekk eg ein lítlan skammil frá teimum at sita á undir brúsuni. Hjálpartól, ið gera ger andisdagin hjá Vígdis Skaale lættari. Hjá henni sum hjá øðrum í somu støðu er umráðandi og gott at fáa ta hjálp, sum Almannaverkið veitir. Vígdis fer undir hvønn dag í góðum treysti og áræði, tí hon heldur, at tilgongdin er í hennara føri positiv. – Eg eri ikki fagurlátin, men positiv av lyndi, hjá mær er einki yvirdrivið, men eg seti sanniliga prís upp á ta hjálp, sum eg havi fingið og fái.
MEG D |
15
Beinleiðis samband Eingin ivast í, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum dámar orðið samband, men í MEGDAR-sambandi leggur hann alstóran dent á beinleiðis samband gjøgnum ein samskipara í allari rehabiliteringsgongdini
Orð og myndir: Sonne Smith
Kaj Leo Holm Johannesen: Tú skalt ikki detta niður ímillum!
Kaj Leo Holm Johannesen, lands stýrismaður er sannførdur. Í hansara hugaheimi er ein samskipari hjá almanna- og heilsuverkinum dags ins týdningarmesti lyklapersónur. – Sambandsflokkurin hevur arbeitt leingi við øllum tí, sum hevur samband við rehabilitering. Vit hugdu at, hvat tey gjørdu í Danmark, og mann kom inn á hetta orðið, rehabilitering. Kaj Leo leggur soleiðis fyri, tí hann vil greiða frá, hvat hann og øll hini í síni tíð meintu við, tá ið tey kjakaðust um orðið rehabilitering: Er rehabilitering endurvenjing? Nei, tað er ikki endurvenjing. Er tað endur menning? Ja, tað er ið hvussu er tað orðið á føroyskum, sum dekkar rehabilitering best. – Tann fullfíggjaða myndin, tá ið vit tosa um endurmenning, altso ta fullfíggjaðu myndina, um okkurt hendi við mær – fekk heilaskaða til dømis – so er mín fatan av hesum, at í Klaksvík og í Suðuroynni hava tey eina sera góða tænastu, hvat rehabilitering viðvíkur. Tey eru líka dugnalig á Landssjúkrahúsinum, men talið á tænastum, tey kunnu bjóða, er ikki tað sama sum í Suðuroynni ella í Klaksvík.
Einum 5.000 føroyingum feilar okkurt
– Men sjálvandi má eg sum lands stýrismaður syrgja fyri, at líka mikið, hvar tú býrt í Føroyum, so eigur tú at fáa eina endurmenningarætlan og eina tænastu, sum er jøvn um
16
| MEG D
alt landið, tá ið vit tosa um endur menning, og vit mugu eisini hugsa um, at bæði, tá ið tað ræður um mítt øki – heilsumál – og um almannamál, so eru hetta øki, sum umskarast. Tí mugu vit samskipa tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tey hava havt tann fyrsta fundin saman. Tað skal sam skipast soleiðis, at sjúklingarnir – ella viðskiftafólkini – ikki detta niður ímillum. – Vit vita, at einir 5.000 føroyingar, líða av eini ella aðrari komplikatión, tað veri seg gikt ella heilabløðing. Tað vil siga, at tað er eitt øgiliga stórt tal á føroyingum, sum onkursvegna kunnu fáa eina betri lívsgóðsku, um vit gera okkara arbeiði ordiliga her. Og tá ið Kaj Leo tosar um at gera teirra arbeiði ordiliga, so er tað at samskipa økið, at seta tað í gongd og seta neyðugan pening av. Hann situr í løtuni við fíggjarlógini fyri næsta ár, har tey biðja um at fáa settar nakrar milliónir av, soleiðis at tey kunnu lyfta tilboðini upp, so vit kunnu fáa eina betri ætlan.
Vit skulu fylgja ST-sáttmálanum
Tú hevur rætt til eina endurvenjingar ætlan, og vit hava eisini sett okkum fyri at fylgja ST-sáttmálanum um rættindi hjá okkum, sum hava fingið eitt ella annað at stríðast við, um tað er varandi ella bráðfeingis. Vit hava stutt sagt rætt til at fáa eina tænastu frá tí almenna, soleiðis at vit kunnu fáa lutvíst ella heilt førleikar aftur,
soleiðis at vit kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin til dømis. Tað er, at vit kunnu fáa eina holla lívsgóðsku. – Og tað er – haldi eg – alt, sum endurmenning snýr seg um. Tað er at fáa lívsgóðskuna hjá fólki upp. Og hvussu skal so rehabiliteringin styrkjast um alt landið, ja, ber tað til at koma á mál hesi fýra árini, Kaj Leo situr sum landsstýrismaður í heilsumálum? – Ja, tað fáa vit tíð til. Vit fáa tíð til at gera tað munandi betri. Men tað, sum eg havi skilt, nú vit høvdu vit ein serfrøðing í Føroyum – Sambandsflokkurin fekk hann upp – hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tað vóru heilt nógv fólk, sum arbeiða á økinum, og lurtaðu. Tað, sum Kaj Leo fekk burturúr tí fyrilestrinum, var, at tá ið tú hevur eina familju, ið er tarnað av einum ella øðrum, so er tað ein ógvisligur belastningur bæði hjá tær og allari familjuni og hjá øllum teimum, sum eru rundan um teg. Tað er krevjandi at liva við einum, sum hevur serligar avbjóðingar – tú orkar ikki í holt við øll hesi systemini. – Altso, so skalt tú ringja til Almannaverkið, so skalt tú ringja til sjúkrahúsið, so fært tú ikki fatur á rætta viðkomandi. Hvønn skal eg nú snakka við. Tú orkar ikki at fáa skil á øllum hesum. Eg havi eina kroniska diagnosu, og tað gongur út yvir psykuna hjá mær. Eg orki ikki at liggja og ringja til Per og Pól.
MEG D |
17
Tað týdningarmesta er samskiparin
Tí er tað sambært landsstýrismann inum í heilsumálum so ógvuliga umráðandi, at vit fáa ein persón, sum er tín persónur. Tú ringir til henda persónin, og so syrgir hann fyri, at tú fært alt tað neyðuga, um tað so er í heilsuverkinum ella í almanna verkinum, ja, tað kann saktans vera kommunalt eisini, at tað er onkur, sum tekur sær av tær. Ein samskipari. Ein, ið kann samskipa tínar tænastur frá tí almenna. Samskiparin sigur tær, hvat er tín endurvenjingarætlan, hvat er endurmenningin, hvussu leingi varar tað, hvagar skalt tú. Altso,
Vit mugu kunna samskipa øll hesi tilboðini frá byrjan til enda, uttan at tú skalt føla tað. Tú skalt ikki føla hetta, at „nú fari eg frá sjúkrahúsverkinum yvir á almannaverkið, og nú detti eg bara niður ímillum“. Tú skalt ikki detta niður ímillum
øll tey praktisku tingini rundan um eina endurmenningarætlan til tín. Alt hetta skalt tú hava ein samskipara til. Tá ið hetta við samskiparanum er fingið í lag, er stutt millum brúkaran, borgaran og skipanina.
Eingin skal detta niður ímillum
Kaj Leo vil hava ein samskipara, sum landsstýrismaðurin og borgarin altíð skulu kunna seta seg í samband við. Læknin sigur, at tú hevur brúk fyri tí og tí, men tá ið tú ert liðugur við tað, so verður tú beittur frá okkum til bæði hendan og handan. Hetta mugu vit kunna samskipa. Vit mugu kunna samskipa øll hesi tilboðini frá byrjan til enda, uttan at tú skalt føla tað. Tú skalt ikki føla hetta, at „nú fari eg frá sjúkrahúsverkinum yvir á almannaverkið, og nú detti eg bara niður ímillum". – Tú skalt ikki detta niður ímillum, staðfestir landsstýrismaðurin. Hann sipar altso til, at tað skal
18
| MEG D
vera eftir diagnosu. Men tú kanst ikki hava alt á trimum støðum. Tú mást
Nær fáa vit so henda samskiparan? – Vit hava havt teir fyrstu fundirnar nú (november) við allar avvarðandi leiðarar í Klaksvík, í Suðuroy, í Havn. Vit hava sitið á fundi við tey. Vit skulu hava nakrar fundir aftrat, soleiðis, at vit fáa at vita, hvør ið ger hvat. Landsstýrismaðurin veit at siga, at í H-bygninginum verður eisini ein endurmenningardeild. Tað vil siga, at pengar skulu setast av. Resurssirnir skulu setast av, og ætlanirnar skulu fremjast í verki. Tað verða ætlanir gjørdar í dag, men síðan landsstýrismaðurin hevur tosað við øll hesi fólkini, hevur hann eina kenslu av, at okkum manglar samskiparar, okkum manglar at samskipa tilboðini betur.
Avgjørdur landsstýrismaður
– Eg havi ta politisku ábyrgdina, at fáa hetta við samskiparanum í lag – sum skjótast. Hetta verður samskipað á trimum støðum, og so kann tað eisini
velja út og staðfesta, hvør fær best avgreitt hetta málið og hvar. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at vit skulu ongantíð ganga upp á kompromis við kvalitetin av rehabiliteringini. Hetta er ein ætlan, ið verður hildin at fara at kosta einar átta-tíggju milliónir krónur. – Vit hava nógvar ressursir í løtuni, men eg havi varhugan av, at vit mangla eitt sindur til at forða fyri, at eingin dettur niður ímillum ymiskar skipanir í tí almenna geiranum. Hóast vit eru fá fólk, so kundu vit hildið, at tað átti at verið lagamanni, men almannaverkið og heilsuverkið er framvegis øgiliga stórt. Vit skulu stýra rehabiliteringini við hollari samskipan, og tað fer at verða gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Tann rehabiliterandi kransurin
Hallur Thomsen: Samanbera vit okkum við grannalondini, hava vit betri tøl enn tey
– Rehabilitering hevur altíð fylt nógv á almannaøkinum. Longu tá ið Almannastovan varð stovnað fyri 43 árum síðan, høvdu vit forsorgarlógina, og í forsorgarlógini stóð, at vit skuldu hjálpa fólki at klára seg sjálv, sigur Hallur Thomsen, depilsstjóri á Viðskiftadeplinum á Smyrilsvegi í Havn Orð og myndir: Sonne Smith
»
vera ein samskipandi persónur, ein samskipandi eind. Ein lyklapersónur.
– Vit verða yvirhøvur sett í samband við veitingar, men kunna vit, so skulu vit skipa soleiðis fyri, at forsorgar hjálpin verður brúkt til, at fólk skulu klára seg sjálv. Kunnu vit veita hjálp artól til at fólk klára seg sjálvi, so er tað fantastiskt, og so er tað tann veg in vit fara. Hallur Thomsen hugsar her í sera víðari merking. Hugsa vit til dømis um arbeiðsfremjandi tiltøk, er tað aftur sprottið úr forsorgarlógini. Tað vil siga, at í staðin fyri at geva fólki eina passiva veiting, skulu tey umskúlast
soleiðis, at tey sjálvi kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Tað er ein rehabilitering, og so er tað eisini vaksið við møguleikum og tilboðum, sum depilin hevur fingið síðan tá.
Hjálpartól og visitering
– Eg siti sum viðskiftastjóri og havi tey allarflestu tilboðini við rehabilitering hjá okkum, har ið eg siti sum leiðari fyri hjálpartól og tey, sum skulu út á arbeiðsmarknaðin aftur, og tey, ið skulu endurvenjast, og so eri eg haraftrat stjóri fyri visiteringina
inn á trivnaðardepilin, vit brúka eisini trivnaðartænastuna, harundir stuðlarnar í rehabiliteringini. Hjá Viðskiftadeplinum merkir visi tering at taka avgerð um, hvørja tæn astu fólk skulu hava, og tað eru nógv fólk, ið fara ígjøgnum skipanina hvørt ár – yvir 15.000 til samans. Hesi 15.000 eru býtt uppí einar 8.000 pensjónistar, umleið 2.000 fyritíðar pensjónistar, umleið 2.000 sjúkra dagpeningamál, umframt eini 2.000 hjálpartól. – Vit hava einar 20.000 peninga
MEG D |
19
Arbeiðsmegin er 29.000 fólk
Til samanberingar fevna teir almennu kassarnir í Danmark um 10 prosent av arbeiðsmegini. Í Føroyum eru seks prosent av arbeiðsmegini knýtt at teimum. Í føroysku arbeiðsmegini eru 29.000 fólk. Krøvini eru stór í vælferðarsam felagnum. Almannaverkið er skipað í nógvar deplar og deildir. Deildin hjá Edvard Heen hevur eina fyrisiting við KT-, fíggjar- og fakdeild. Síðan kemur Viðskiftadepilin hjá Halli Thomsen, og so eru tað trivnaðardeplarnir við sambýlum, stuðlum og vardum verk støðum. Hetta eru tveir deplar. Viðskiftadeildin er meira fyrisiting og meira veitingar. Deildin hevur sanniliga við menniskjur at gera, hon er Føroya størsta arbeiðspláss hjá sosialráðgevarum, men tað verður ikki rópt beinleiðis fyrisiting. Her eru átta deildir: Borgaratænastan, sum er skaðastovan og fyrsta sambandið, tú hevur við Almannaverkið. Sosial ráðgevararnir, ið hava eina sera víða vitan. Her er deildin, ið visiterar, tekur avgerð um tænastur inni hjá Trivnaðardeplinum. Endurvenjingin er eisini her við ergo- og fysiotera peutunum. Hjálpartólini eru í hús inum, her Viðskiftadeildin heldur til, 20
| MEG D
og so hevur deildin menning, sum er arbeiðsmarknaðardeildin.
Hvítbókin
Viðvíkjandi tí teoretiska við rehab ilitering hevur Viðskiftadeildin lagt seg eftir einum, sum eitur Hvítbókin hjá Marselisborg Sentrinum. Her verður røtt um rehabilitering og end urvenjing. Rehabilitering er alt, og endurvenjing er ein partur. Deildin savnar seg um nógv lið av teimum trupulleikum av øllum møguligum slag, sum eitt menniskja kann hava. Hetta hevur deildin savnað undir eitt, so hon fær upp á ein góðan máta lagt nógv fyri í senn – Vit sita í sama húsi, vit arbeiða øll saman, okkum nýtist ikki at hava forkromaða mannagongd og reglu verk um, hvussu vit skulu hjálpa hes um borgarunum, tí at starvsfólkini hava samband við hvørt annað, sigur Hallur Thomsen. Eitt mál kann byrja sum eitt arbeiðs marknaðarmál, og so sigur sosial ráðgevarin: Veitst tú hvat, vit skulu út á arbeiðsmarknaðin, men skulu vit út á arbeiðsmarknaðin, so mugu vit fáa gjørt nakað við arbeiðsviðurskift ini á tí og tí arbeiðsplássinum. Tað kann vera, at ein terapeutur frá endurvenjingini fer út við fólkinum á arbeiðsplássið at endurvenja við komandi, so at hann/hon klárar at arbeiða við tí, sum ætlanin er at royna at arbeiða við. Her hava vit hjálpartólini
Umráðandi samskipan
Soleiðis fær Viðskiftadeildin arbeitt í
tí stóra kransinum í rehabiliterings hugtakinum. Tað er sera umráðandi at arbeiða samskipað. Til tey trupl astu málini verður settur ein sam skipari, sum leiðir borgaran út á ta røttu kósina í Almannaverkinum og í roynd og veru eisini gjøgnum Almannaverkið til Heilsuverkið og Heimatænastuna typiskt. Hetta er álagt deplinum at fremja í verki. – Generelt í sambandi við rehabilit ering, so er okkara fokusøki fólk í arbeiðsførum aldri, sum hava verið í rehabilitering. Eldraøkið – altso kommunurnar – hevur so ábyrgd av teimum, ið eru eldri enn 67 ár. Endurvenjing er eitt nýtt øki hjá Viðskiftadeildini. Hon byrjaði í 2015. Hallur Thomsen, stjóri á Viðskifta deildini sigur, at har leggja tey seg eftir at fáa allan rehabiliteringskransin undir deildina. Hjá teimum er tað ikki í lagi bara at fáa nøkur fólk inn at venja og venja ... Tey vilja, at tað hongur saman, og tí vilja tey hava tænasturnar samskipaðar undir eina paraply, undir skjólið í tí rehabiliterandi kransinum, sum aftur virkar í tí nú samanløgdu telduskipanini hjá Viðskiftadeildini. Ein samanløgd telduskipan hevur yvirlit yvir allar transaktiónir, ið kunnu verða avgreiddar undir sama taki, ja, hurð um hurð. – Hetta er tað, sum vit leggja alstór an dent á – at fáa skipanirnar hjá okkum at tosa saman. Tað er ikki bara bara ... Men tað nærkast, sum skilst.
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum: Tað, sum eyðkennir Føroyar sammett við onnur lond, er, at í Føroyum hava vit rættiliga pragmatiskar loysnir
Tann pragmatiska loysnin
- Tann stóri bólkurin, sum er undir 67 ár, hevur ongar møguleikar fyri endurmenning. Tað vil siga, at útlit eru ikki fyri, at tey koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hetta eru ofta fólk við neurologiskum sjúkum, sum einki fáa frá Almannaverkinum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum Orð og mynd: Sonne Smith
transaktiónir um mánaðin her og taka á leið 10.000 avgerðir um árið, sigur Hallur Thomsen. Á Viðskiftadeplinum arbeiða 110 fólk av teimum 1.000 í Almannaverk inum, og øll hesi 1.000 fólkini hoyra undir ráðið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum. Ímillum almanna málaráðharran og stjóran á Viðskifta deplinum er Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, ið hevur tríggjar deplar, harav Hallur Thomsen er stjóri á Viðskiftadeplinum. Hallur sigur, at tað eru framvegis nógvir føroyingar, ið hava brúk fyri hjálp. – Samanbera vit okkum við granna londini, hava vit betri tøl enn tey, sigur Hallur. – Vit eru raskari at arbeiða, vit eru frískari, og vit brúka minni teir almennu kassunum, enn tey gera í grannalondunum.
Støðan kann vera so syndarlig, at mann kann velja at lata tey fara ella, at kommunan í summum førum fer út um sínar heimildir og letur tey fara í rehabiliteringsskipanina, men tey hava møguleikar at fara í venjing hjá privatum. Tað heldur stjórin í Kommunufel
agnum er kanska tann størsti trupul leikin. Tá ið tey við neurologiskum sjúkum verða útskrivað av sjúkra húsinum, skulu tey ringja og rykkja, og tað ganga dagar og vikur, áðrenn mann kanska fær eina fullfíggjaða ætlan í lag. Í nøkrum førum eru umbyggingar farnar fram í egnum
heimi, men har eru eingi hjálpartól um komin. – Tað virkar sum um, at fólkini verða bara útskrivað í skundi av sjúkrahúsinum, og alt er orðnað við umbygging, men har er eingin hjálp framkomin.
MEG D |
21
»
Men tað hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur hjá teimum eldru borgarunum, at kommurnar hava yvirtikið eldraøkið.
Hetta er ein øgilig ramsa, men tað er uppi í tíðini at arbeiða fyribyrgjandi á øllum økjum. Tað verður gjørt á eldraøkinum, og vit fara nógv longri niður enn 67 ár, tí at arbeiða fyribyrgjandi við 60 ár kann vísa seg at vera ein góð íløga, um tú hevur ábyrgdina av eldraøkinum.
Borgarin tapir ofta Yvirskipað lóg skal gerast
Í sambandi við eldraøkið er heildar tænastan ein skipan, her tú hevur tilboð sum eitt nú venjing fyri eldri, og tú hevur eitt tilboð, tá ið fólk gerast meira og minni óhjálpin við heimatænastu og venjingum aftur, og tú hevur tilboðið, so leingi tú livir. Kommunurnar hava umsitið eldraøkið síðan 1. januar 2015, og í nýggja samgonguskjalinum stendur millum annað, at rehabiliteringin skal styrkjast kring landið. Ein yvir skipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likam ligum, sálarligum og sosialum tørvi. Tá ið tað snýr seg um endurvenjing og endurmenning – rehabilitering – so hava kommunurnar bara ábyrgd av teimum, sum eru 67 ár og eldri, men kommunurnar hava flutt seg spakuliga niður um. Tá ið røktarheimini kring landið skipa fyri venjingum, so er tað typiskt niður í 60 ár. Í roynd og veru verður ikki spurt eftir aldri. Í so máta er markið burtur, men tað ítøkiliga er, at tá ið tú ert úrskrivaður av sjúkrahúsinum eftir at hava havt eina heilabløðing ella brotið eina øksl og ert undir 67 ár, so verður tú sum sjúklingur beindur til Almannaverkið, og ert tú yvir 67, so fert tú til teir kommunalu myndugleikarnar.
Farin niður um 67-markið
Okkara kommunalu myndugleikar hava flutt seg soleiðis, at teir eru farnir niður um 67-markið, tí at tá ið einum borgara í nærumhvørvinum tørvar hjálp, so kann Almannaverkið vera rættiliga langt burtur, og í
22
| MEG D
fleiri førum biðja Almannaverkið og Heilsuverkið borgarar um at venda sær til kommununa, hóast kommunan í prinsippinum ikki hevur ábyrgd av teimum. Kommunurnar taka ofta uppgávuna á seg, tí tað er so tætt ímillum tænasturnar og borgararnar ella borgararnar og ta politisku skipanina. Um tænastan ikki tekur ímóti borgararnum, ringir borgarin ella familjan og sigur, at tann fjarstøðan er so mikið stór millum borgaran og almannamálaráðharran, at tað verður ikki tað sama trýstið. Tí átekur kommunan sær í nógvum førum uppgávur, sum hon uppruna liga einki eigur í. Tað er ein royndur lutur, at kommunurnar kæra seg um, at teimum verður álagt at umsita alsamt fleiri tænastur, sum aftur gerast ein órímiliga stór fíggjarlig byrða, til dømis eldraøkið. Men tað hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur hjá teimum eldru borgarunum, at kommurnar hava yvirtikið eldraøkið. – Tá ið Heilsumálaráðið hevur eina játtan, og kommunurnar hava eina aðra játtan, so hevur tú líkasum definerað uppgávurnar. Tað nyttar til dømis ikki at siga, at Heilsumálaráðið skal gjalda fyri einum uppgávu, sum Mentamálaráðið hevur, sigur Eyðun Christiansen. Upp á ein ella annan máta mást tú definera uppgávurnar, sum tú leggur út á kommunurnar. Hesa og hasa tænastuna skalt tú veita, og sostatt hevur tú ábyrgdina av at bera útreiðslurnar fyri tænastuna. – Tað ber ikki til, at hesin, tað vil siga landið í hesum førinum, letur standa til, og so sigur, at tá ið
borgarin kennir seg nóg hart trýstan, ella tá ið skipanin annars kennir seg nóg trýsta, so dettur hann bara inn á kommunuskrivstovuna og fær hjálp har.
Samanhang millum ábyrgd og játtan
Stjórin í Kommunufelagnum heldur, at tað má vera samanhang ímillum ábyrgd og játtan, tí annars verður galin endi. So veit borgarin ikki, tá ið hann skal velja næstu ferð, um hann velur tann rætta, tí at hann kann vera misnøgdur við, at hann ikki fær eina tænastu sum 66 ára gamal. So revsar hann kommunupolitikaran, hóast tað als ikki er hann, ið hevur ábyrgdina. Tú skuldi í veruleikanum revsa tann politikaran, ið stendur við stýrisvølin í eini aðrari skipan. Tað kann kennast so órættvíst ímillum økir, at ein fær eina tænastu í einum øki í landinum, sum ein annar í einum øðrum øki ikki kann fáa. So fer alt á glið. Kommunurnar veita fleiri og fleiri tænastur, ikki tí, at lógin sigur, at tær skulu. Soleiðis trýsta kommunurnar hvørja aðra, og tí má tað verða regulerað nøkulunda, hvat ið hvør ger. Í lógini um heimatænastu og eldrarøkt stendur, at tænasturnar hjá kommunum kunnu fevna um endurvenjing, fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing. Og sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað kunnu kommunur stovna samdøgursendurvenjingarpláss til fólkapensjónistar. Í hesum sambandi ivast Eyðun Christiansen í, um lóggevarin hevur vitað rættiliga, hvat hann hevur sagt.
Og so er tað sjálvandi alt hetta, at tá ið tað hendir eitt ella annað hjá fólki, sum missa ávísar førleikar, so taka ávísir trupulleikar seg upp av tí, at kommunurnar hava ábyrgdina av teimum borgarum, ið eru 67 ár og eldri, og kommunurnar sjálvar halda, at tær røkja tær uppgávurnar lutfalsliga væl, tá ið tú ert 67+, men teirra størsti ampi er í roynd og veru teir borgarar, ið ikki eru har uppi, og sum mann heldur detta niður ímillum í skipanini. Hetta verður ofta sagt um fólk við varandi sjúkum, sklerosa, parkinson og aðrar neurologiskar sjúkur, sum eldraøkini kanska í gásareygum kundu hildið seg varða nógv betur av enn landið ger. Trupulleikin við skipanini er, at mann situr og heldur aftur, og tað er ikki til frama fyri tann sjúka ella borgaran yvirhøvur. Borgarin er øgiliga ofta taparin í hesum spælinum. Í nýggja samgonguskjalinum stendur millum annað, at reha biliteringin skal styrkjast um alt landið. Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.
Endurvenjing og -menning
Í hesum sambandi sigur Eyðun Christiansen, at kommunurnar sjálvar halda, at tær veita eina nøktandi tænastu, tá ið tað snýr seg um borgarar 67+, men verri stendur til við borgarum undir 67. Kommunurnar í Suðuroynni hava massivar trupulleikar við av fíggja eldraøkið, og í Eysturoynni spíta kommunukassarnir nógvar pengar í eldraøkið, men annars er
ein av fíggjarligu trupulleikunum hjá Almannaverkinum og kanska Heilsuverkinumn sammett við teir hjá kommununum, at við tað, at Almannaverkið ikki røkkur út um alt landið – ikki megnar at hava ta tænastuna til endurvenjing og endurmenning av nógvum borgarum – so eru teir fíggjarligu karmarnir hjá Almannaverkinum serliga viðkvæmir í sambandi við hetta økið. Tað valdast eisini, hvussu ein lesur samgonguskjalið, men at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, tað er helst ikki vent so nógv ímóti eldraøkinum, heldur ímóti Heilsuog Almannaverkinum, serliga sosialt. Hugsa vit um likamligan, sálarligan og sosialan tørv, so heldur stjórin í Kommunufelagnum, at tað snýr seg eisini um at fáa sálarveik innaftur, fáa tey integrerað í samfelagið og ikki missa tey, halda fast um tey, sum hava ein sosialan tørv, og tey, sum detta úr arbeiðsmarknaðinum og royna at fáa tey við skerdum førleikum, ið til samans fevnir um nógv meira enn sjálvt eldraøkið.
Tann sosiala skipanin
Eyðun Christiansen heldur, at tað snýr seg kanska meira um at fáa eina sosiala skipan inn, sum fevnir um kontaktpersónar, um fólk, sum bera brek ella hava ADHD og tílíkt. Men, aftur her, tað kundi væl verið ein uppgáva hjá kommununum at gjørt hetta. Í dag liggur tað hjá Almannaverkinum. Tað er rættiliga nógv Almannaverkið, sum roynir at fáa fólk við skerdum førleikum í vart starv. Annars er einki at ivast í, at summi við neurologiskum sjúkum detta niður ímillum í tí sosialu skipanini, tí at Almannaverkið kann siga sum so, at eingi útlit eru fyri, at summi ikki koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, altso fyri at fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin skal borgarin vera í aldrinum 18 til 66 ár ella at klára seg við minni hjálp frá Almannaverkinum. – Eru hasi kriteriini ikki lúkað, so
verður tú eftir øllum at døma bara sleptur. Eg gangi út frá, at um ein parkinson-sjúklingur onga venjing fær, endar viðkomandi sum óhjálpin, sigur Eyðun Christiansen. 50 prosent av viðgerðini er venjing hvønn einasta dag, og hini 50 prosentini eru heilivágur. Fær viðkomandi ikki tað, verður hann verri fyri, og vandi er fyri, at hann endar inni á røktarheimi. Ætlanin hjá nýggja landsstýrinum er samanumtikið, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið. – Tey siga ikki neyvt, hvussu hon skal styrkjast, men eg gangi út frá, at rehabiliteringsdeplarnir hjá Almannaverkinum verða styrktir, men er tað meira av sosialum slag, at tú skalt verða partur av gerand isdegnum aftur sum sálarsjúkur ella sálarveikur, so er tað í stóran mun stuðulsfólkatænastan, ið skal styrkjast, sigur stjórin í Kommunu felagnum.
Endurútbúgving
Fólk fáa endurútbúgvingartilboð soleiðis, at tey kunnu arbeiða aftur, koma í eitt slag av starvsvenjing í til dømis einum tillagaðum starvi. Tú kanst verða beindur í eina ella aðra skipan, sum Almannaverkið rindar. Haraftrat skipar ALS fyri starvsvenjingartilboðum, sum vara í tríggjar mánaðir. – Vit hava ein her, og tað gongur soleiðis fyri seg, at Almannaverkið betalir ein part, og vit (Kommunufelagið) betala ein part. Og so ger mann inn ímillum eina eftirmeting og sigur: Hvussu heldur tú so, at tú fært burturúr? Eyðun Christiansen heldur, at tað, sum eyðkennir Føroyar sammett við onnur lond, er, at í Føroyum hava vit rættiliga pragmatiskar loysnir, sum í mongum førum ikki eru so reguleraðar. Hann heldur, at til dømis í Danmark eru loysninar reguleraðar soleiðis, at ert tú har, so hoyrir tú til har. Vit kunnu ið hvussu er staðfesta, at her royna vit altíð at finna loysnir.
MEG D |
23
Sóknast eftir heildarætlan Orð og mynd: Sonne Smith
- Okkum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, ið kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum á rehabilitering, og um hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi ... Fysioterapeutarnir Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen hava arbeitt á sjúkrahúsi sum privatstarvandi og nú seinnu árini á eldraøkinum. Tær hava drúgvar royndir á rehabiliter ingsøkinum og hava eisini tikið eftir útbúgving í rehabilitering. Rehabilitering verður ofta javnsett og sammerkt við endurvenjing, men hetta er ein trong fatan av rehabili tering. Endurvenjing snýr seg um at endurvenja og fáa ein ávísan mistan førleika og fimi aftur á beint, og tá er yvirhøvur bara tørvur á einum fak bólki. Rehabilitering verður mangan sett í samband við viðgerð, sum eisini er óheppið, tí viðgerð snýr seg um grøðing – lekidóm og linna. At fáa endurvenjing og viðgerð hevur eitt sonevnt monofakligt og biomedi sinskt sjónarhorn. Tá ið ein harafturímóti arbeiðir við rehabilitering, snýr tað seg um borgarar, ið hava stórar trupulleikar. Teir hava mist likamligar, sálarligar ella sosialar førleikar og megna tí ikki gerandisdagin. Hetta krevur, at fleiri fakbólkar leggja nógv fyri, og hesir fakbólkar arbeiða saman við borgarunum og teirra avvarðandi fram ímóti teimum málum, ið stremb að verður eftir. Rehabilitering hevur sostatt eitt tvørfakligt og bio-psyko-sosialt sjón arhorn. Endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og rehabilitering eru kjarnuøkir í fysio terapiini, og fyri at skilja ímillum hesi hugtøk, útgreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen hesi hugtøk nærri.
Endurvenjing
Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðar avmarkaða og samskipaða venjing,
24
| MEG D
ið hevur til endamáls, at borgarin í størst møguligan mun kann endur vinna sínar mistu førleikar, bæði lik amliga, kognitivt og sálarliga, so hann best møguligt kann venda aft ur til sín gerandisdag, sum t.d. eftir beinbrot, blóðtøpp í heilanum, skurð viðgerð ella eftir drúgva sjúkralegu.
Viðlíkahaldsvenjing
Viðlíkahaldsvenjing er ein miðvís venjing við atliti til at varðveita verandi virkisførleikar og fyri at fyribyrgja heilsuligum trupulleikum, ið kunna standast av førleikatarni sum t.d. hjá borgarum, sum eftir lokna endurvenj ing eru í vanda fyri at fáa afturstig, um teir ikki áhaldandi fáa venjing. Borgarar, ið bera brek og borgarar, sum hava varandi sjúkur hava ofta tørv á at viðlíkahalda førleikastøðið og fyribyrgja førleikamissi.
Habilitering og rehabilitering
Tað er ymist, hvussu hugtøkini habi litering og rehabilitering verða skil greinað, men í Norra og Svøríki hava tey í mong ár skilt ímillum hugtøkini, sum endurgeva her. Habilitering merkir „at menna nýggj evnir", og málbólkurin er tí børn (0-18 ár), sum skulu stuðlast í at læra og venja nýggjar førleikar, sum tey ikki hava rokkið enn. Endamálið er sostatt at stuðla menningini og búningini hjá einum barni, sum hevur eina sjúku ella brek frá tí, at tað er føtt, ella sum tað er rakt av tíðliga í lívinum, og er eins og rehabilitering at fremja best møgu ligan virkisførleika. Rehabilitering kann lýsast sum „endurskapan av virkisførleika", og merkir sostatt, at tey mál, sum borg arin í eini rehabiliteringstilgongd vil
arbeiða fram ímóti hevur støði í einum førleika, sum hann av lívsroyndum hevur havt fyrr, men sum hann hevur mist. Málbólkarnir í rehabilitering eru tí vaksin fólk.
Rehabilitering
Rehabilitering ella endurmenning er ein heilt onnur tilgongd enn endur venjing og viðlíkahaldsvenjing. Hóast hetta, so eru endurvenjing og við líkahaldsvenjing aloftast ein partur av rehabiliteringini. Rehabilitering er ein persónsmið savnandi tilgongd, har borgarin er í miðdeplinum og serfrøðingur í egnum lívi, og tað er borgarin sjálvur, ið setir mál fyri, hvat miðast og arbeiðast skal fram ímóti. Rehabilitering hevur ikki fokus á sjúku, men á tær avleiðingar sum sjúka, heilsutrupulleikar og sosialar umstøður hava fyri virkisførleikan. Í donsku bókini Hvidbog om rehabi litering frá 2004 verður allýsingin av rehabilitering soleiðis orðað: Rehabilitering er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum borg ara, familju og serkøn fólk. Endamálið er at borgarin, sum hevur, ella er í vanda fyri at fáa skerdan likamligan, sálarligan ella sosialan førleika, kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Rehabilitering leggur dent á alla lívsstøðuna hjá borgaranum, og avgerðirnar um stuðul byggja á vitan, samanhang og samskipan. Málbólkurin í eini rehabiliterings tilgongd eru borgarar, sum hava tørv á eini samanhangandi og tvørfaklig ari tilgongd í longri tíð, og borgarar, sum hava munandi avmarkingar við at megna gerandisdagin og at vera við sum samfelagsborgarar.
Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutar
Málbólkarnir í rehabiltering kunnu vera: 1. Borgarar, sum eru um at verða frískir eftir sjúku, sum t.d. krabba mein og sálarsjúku. 2. Borgarar, sum hava varandi sjúkur, og borgarar, sum eru hóttir av arbeiðsloysi, ella eru í vanda fyri ikki at kunna vera við og virka í samfelagnum, sum t.d. gikta-, hjarta- og lungnasjúk. 3. Borgarar, sum hava nýliga kom nan førleikamiss, ella sum hava varandi likamligt, sálarligt og sosi alt førleikatarn, sum eru í vanda fyri at gerast arbeiðsleys og ikki kunna vera við í samfelagnum, t.d. eftir vanlukku- ella hjartatil burð og apopleksi. 4. Borgarar, sum eru føddir við lik amligum, sálarligum ella sosi alum førleikatarni, sum hava tørv á afturvendandi rehabilitering í mun til menningarstøðið, sum t.d. vøddasvinn, Cerebrala Paresu og sjón- og hoyriveik.
Endamálið við rehabilitering er at stuðla undir, at borgarar, sum hava fingið, ella eru í vanda fyri at fáa týð andi skerd evni, antin likamliga, sál arliga ella sosialt, fáa eitt sjálvstøð ugt, javnsett og innihaldsríkt lív út frá egnum ynskjum, raðfestingum og avgerðum. Eitt sjálvstøðugt, javnsett og inni haldsríkt lív merkir ikki neyðturviliga, at ein verður sjálvbjargin, sum tað mangan verður tulkað, men snýr seg heldur meira um hugtøk sum sjálv ræði, samræði, sjálvsavgerðarrætt, javnsetan, inklusión og integratión. Rehabilitering snýr seg í stuttum um at stuðla borgarum, sum hava virkisførleikatarn at fáa og megna eitt gerandislív aftur og fáa tamarhald á egnari tilveru.
Arbeiðsgongd í rehabilitering
Arbeiðsgongdin í rehabilitering er skipað sum tvørfakligt toymisarbeiði, ið røkkur tvørtur um fakmørk og geir ar, og tað er eitt javnbjóðis samstarv
millum borgara, hansara avvarðandi og fakfólk, um endamál og tey mál, sum borgarin vil røkka. Tað, sum hevur størsta týdning, er at ganga borgaranum á møti í sam bandi við ynskir og mál. Fakfólk kunnu gera sær eina meting um, hvat tey halda, at borgarin hevur brúk fyri at røkka, men sum tó hjá borgar anum hevur lítlan og ongan týdning í mun til okkurt annað. Hetta nágreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joen sen við einum dømi um eina rehabi literingstilgongd: Ein borgari hevur fingið heilaskaða, sum hevur havt við sær avlamni í aðrari liðini, sum ger at viðkomandi ikki kann flyta seg, ikki kann ganga, hevur trupult við at eta og talan er ávirka. Borgarin hevur familju og eitt arbeiði. Hansara størsta ynski er at gerast so sjálvstøðugur sum til ber, kunna búgva heima og hava eitt arbeiði. Her verður talan um rehabilitering og ikki bara endurvenjing, tí trupul
MEG D |
25
Tá ið tað snýr seg um rehabilitering á eldraøkinum, er tal an um borgarar 67 ár og eldri. Fakbólkarnir eru yvirhøvur fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar saman við borgaranum og avvarðandi tvørtur um geirar, við læknar, sjúkrahús, almannaverk, á deildini fyri hjálpartól og Sjóndepilin
leikarnir eru torgreiddir og fleiri fak bólkar mugu samstarva um at stuðla honum at røkka sínum málum. Byrjað verður við, at eitt fakfólk (toghaldari) setur seg saman við borgaranum og avvarðandi og tos ar um ynskini og málini, sum borg arin hevur fyri framtíðina. Tá støðan er so torgreið, mugu málini útgrein ast og smámál nágreinast. Toymið við fakfólkum (læknar, fysioterapeut ar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøð ingar, sálarfrøðingar, heilurøktarar og -hjálparar, talupedagogar, dietistar) við serkunnleika á teimum ymsu økj unum fara so í gongd við at útgreina, hvussu støðan er, hvat skal til fyri at røkka málunum, útgreina menn ingarpotentiali og motivatión, um málini eru realistisk í mun til núver andi støðu, og hvussu útlitini eru. Her skal havast í huga, at talan er ikki bara um tann likamliga virkisfør leikan, men hvussu borgarin megnar gerandisdagin og tað sosiala lívið. Síðan byrjar rehabiliteringin. Ein virkisætlan verður skrivað, har útgrein að verður, hvørja uppgávu teir ymsu fakbólkarnar hava, sum má verða nágreinað, og hvør uppgáva hjá borgaranum er. Virkisætlanin verður endurmett og rætta javnan, so hvørt sum smámálini verða rokkin, og sum frá líður er ikki neyðugt við onkrum ávísum fakbólkum í toyminum. Málini í byrjanini kunnu t.d. vera at kunna flyta seg sjálvur, eta sjálvur, busta tenn, tosa aftur, broyting av heilivági, venja gonguførleika, seta inn við hjalpartólum og bústaðar broytingum. Seinni í tilgongdini koma
26
| MEG D
nýggj mál, sum t.d. at fara til arbeiðis og læra at koyra bil. Tilgongdin verður endurmett javn an. Tá ið málini er nádd ella steðg ur er í menningini, má avgerð takast saman við borgaranum, um roknast kann við, at meira skal røkkast, ella um rehabiliteringin er liðug. Tað er ikki altíð, at øll mál verða rokkin, men av tí at borgarin er ein virkin partur av rehabiliteringini og er við til at endurmeta og rætta javnan, er aloftast semja um, at rehabiliter ingin er liðug, og ein ætlan um møgu lig onnur átøk gjørd. At arbeiða soleiðis kann vera krevjandi, men verður arbeitt eftir eini greiðari virkisætlan, og øll geva sítt íkast til átakið, er tað ein sera spennandi máti at arbeiða upp á til gangs fyri borgaran, sum hevur mist ar førleikar til at fáa ein gerandis dag aftur.
Rehabilitering á eldraøkinum
Eldraøkið varð lagt út á kommunurnar at umsita í 2015, og fleiri kommunur hava raðfest rehabilitering og veita samdøgursrehabilitering, sum fer fram á eldrabústovnum, umframt at rehabilitering eisini fer fram heima hjá borgaranum. Tá ið tað snýr seg um rehabili tering á eldraøkinum, er talan um borgarar 67 ár og eldri. Fakbólkar nir, ið samstarva, eru oftast fysiotera peutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktar frøðingar, heilsurøktarar og heilsu hjálparar saman við borgaranum og avvarðandi. Samstarvað verður eisini tvørtur um geirar, við læknar,
sjúkrahús, almannaverk, á deildini fyri hjálpartól og Sjóndepilin. Eldraøkini hava haraftrat ymisk heilsufremjandi og fyribyrgjandi til boð og átøk, sum stuðla undir virkis førleikan hjá tí eldra borgaranum, og hesi verða væl vitjað. Eldri borgarar, eisini í Føroyum, vilja búgva heima sum longst. Rehabilitering stuðlar undir hetta og er sostatt ein vinningur samfelagsbú skaparliga, eisini tí henda tilgongdin fyribyrgir afturvendandi innlegging um á sjúkrahús, og at eldri borgarar flyta á stovn. Hedevig Matras og Eyðbjørg Joen sen siga, at teimum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, sum kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum til rehabilitering, og hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hes um viðvíkjandi. Tíðin er kanska kom in til, at hetta arbeiðið átti at verið raðfest, so borgarin sum hevur tørv á rehabilitering, fær bjóðað hesa tæn astu uttan mun til aldur. – Royndirnar, vit higartil hava av rehabilitering á eldraøkinum, eru góð ar og hava givið úrslit fyri borgaran. Tí halda vit, at sami leistur kundi verið brúktur til gagns fyri yngri borgarar, sum hava tørv á rehabilitering.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Bara lúsin útlendsk er
Toymið: f.v. Synnøva Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari á seingjardeildini, Benadicta Sólheim Ellingsgaard, fysioterapeutur, deildarleiðari á fysiurgisku deild, sum er integrerað ergo- og fysioterapi, Kitty Trúgvadóttir, ergoterapeutur og Miriam Hjelm, toymisleiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og toymisleiðari í endurvenjingini á seingjardeildini
- Í Føroyum hava vit altíð havt hetta við, at bara lúsin útlendsk er, so er alt í fínasta lagi, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við søguna um ein sjúkling, sum hevði verið alt ov leingi í Danmark Orð og mynd: Sonne Smith
»
Eitt, sum hendi í juni 2015, var, at tann fyrsti sjúklingurin, sum kom heim úr Danmark, ein neurologiskur, sum hevði fingið ein massivan heilaskaða og hevði verið í Danmark alt ov leingi. Ein pástandur hjá tí tvørfakliga toyminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) er, at vit í summum førum "ókrit iskt" senda sjúklingar til Danmark ar. Hetta eru sjúklingar, sum t.d. eru skaddir á talisentrið. Tú skalt til Danmarkar at fyrihalda teg til eitt fremmant mál hjá einum talipeda gogi, sum ikki skilir føroyskt og als ikki eigur tey ljóðini í sær, sum eru í føroyskari úttalu. Tú ert burtur frá tínum nærumhvørvi og tínum næstu. Tú situr og hyggur út ígjøgnum vind eygað og sært inn í ein skóg, og tú ert vanur at síggja niðan í fjøllini og
oman á sjógv og hevur kanska bát. Tað er sjálvsagt gott, at sjúklingar verða sendir til Danmarkar í akuttu fasuni, um tørvur er á serligari við gerð, sum ikki finst í Føroyum. Tað er í nógvum førum ov nógv, sum talar ímóti, at hesir sjúklingar verða ver andi í Danmark í longri tíð í sambandi við endurvenjing, men vit hava bilt okkum inn, at vit hava ikki kompe tansuna í Føroyum. – Okkara spurningur er: Hvat duga danskir fysio- og ergoterapeutar og heilsustarvsfólk annars, sum vit ikki duga í Føroyum?
Væl fyri fakliga
Benadicta Sólheim Ellingsgaard heldur, at føroyskir fysioterapeutar eru ómetaliga væl fyri fakliga, tí nógv
skeið verða hildin í Føroyum. Hon fegnast um, at í heilsuverkinum eru nógv skeið fyri bæði fysioterapeutar og ergoterapeutar. Í sambandi við henda umrødda, lokala sjúklingin í síni ringu støðu vóru tey í toyminum so djørv og kanska braneggjað, at tey bjóðaðu seg fram, eisini tí, at pengar vóru ikki til at lata sjúklingin verða verandi í Danmark. - So royndu vit her, og tað varð ið hvussu so er ein alvorlig successøga. Viðkomandi er væl fungerandi í dag, koyrir bil, hevur stuðul nakrar fáar tímar – eg veit ikki ordiliga hví – men tað vendi sum á einum bretti, tá ið sjúklingurin kom upp til Føroyar. Hetta eydnaðist so væl við einum samskipaðum átaki bæði frá seingjardeildini, ergoterapi og
MEG D |
27
Klaksvíkar Sjúkrahús Mynd: Myndaportal.fo
fysioterapi. Síðan varð spurt í miðl unum: Hví eru føroyingar, sum eru sendir á viðgerðarstovn í Danmark, nógv longri á stovninum enn danir í somu støðu? Danskarar eru í miðal tríggjar mánaðir á hesum stovninum, meðan føroyingar eru har í eitt hálvt upp í eitt heilt ár. Hetta kostar – talið er ikki neyvt – upp í 17.000 krónur um samdøgrið í Danmark. - Gev okkum á Klaksvíkar Sjúkra húsi 17.000 krónur, ella 10.000 krón ur, ella 5.000 krónur, so skulu vit eisini vísa tykkum, hvat vit kunnu gera.
Víðfevnt tvørfakligt toymi
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast eitt tvørfakligt toymi við sjúkrarøkt arfrøðingum, heilsurøktarum, fysio terapeutum og ergoterapeutum, ið hava servitan og førleikar til at veita neurorehabilitering. Tíðarperspektiv ið er upp í tríggjar mánaðir undir inn legging, tó við atliti at tørvinum hjá tí einstaka. Rehabiliteringin eftir at sjúklingurin er útskrivaður, fer fram ambulant á fysiurgisku deild á KS fyri borgarar í nærumhvørvinum, har KS skipar fyri flutningi. Við longri fjarstøðu verð ur roynt at samskipa við hini sjúkra húsini og eldrasamtøkini, og í ein støku m førum koyra avvarðandi borgaran inn á KS til venjingar. Yvirskipað er tað álagt teimum í Sjúkrahúsverki Føroya, at tá ið ein sjúklingur verður útskrivaður av ein um sjúkrahúsi, fer viðkomandi út við eini endurvenjingar- ella endurmenn ingarætlan, so tað liggur í kortunum, at starvsliðið skal gera okkurt, meðan sjúklingurin er innlagdur, og tey skulu halda fram, tá ið viðkomandi er farin út haðani.
Leiðslan má vera við
Fyri fýra árum síðan varð skipað ein integrerað medisinsk/kirurgisk deild á KS, og toymisskipanir vórðu gjørdar. Frammanundan var sam starvið millum fysiurgisku deild, sum er terapiin, og seingjardeildina ikki so skipað, sum tær í tí tvørfakliga toym inum, Synnøva Hansen, Benadicta Sólheim Ellingsgaard, Kitty Trúgva
28
| MEG D
dóttir og Miriam Hjelm, halda, at tað er nú. Síðan hevur toymið gjørt undir vísingartilfar, ið snýr seg um rehab ilitering, sum er orðið, tey brúka á KS. Og kravt varð, at øll starvsfólk, bæði í terapiini og seingjardeildini – toymið – hevði viljað, at bæði vaski fólk, portørar og leiðsla vóru við, tí at rehabilitering er leiðslustýrd og er treytað av, at øll kenna til tað. Er leiðslan ikki høvuðstoghaldarin, so eydnast tað ikki. Eisini á KS hildu tey seg til Hvítu bók hjá Marselisborg sjúkrahúsi í Aarhus, har tey komu við allýsingini av, hvat rehabilitering er fyri nakað. - Tað serliga við allýsingini av rehabilitering, og sum øgiliga ofta hevur verið umlopið, er har tað stend ur, at borgarin, sum er í vanda fyri ella hevur fingið eitthvørt at dragast við ... Mann er ofta farin beint til tann, sum hevur eitthvørt at dragast við, og mann gloymir, at tað stendur eisini er í vanda fyri, so at hugtakið rehab ilitering er stórt, vítt og breitt, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku Deild. Tey byrjaðu á rehabiliterings eindini á seingjardeildini. Har er ein rehabiliteringseind, ið hevur níggju sengur, tvær fýramannastovur og ein einmansstova.
Nyttug samanlegging
21. mars í 2015 vórðu seingjardeild irnar á KS lagdar saman. Ein umbygg ing fór fram á Deild A. Áðrenn tað vóru tvær seingjardeildir á KS, Deild M, sum var medisinsk, og Deild A, sum var kirurgisk. Á báðum deildum høvdu tey endurvenjingar. Leiðslan hevði avgjørt, at deildirnar skuldu leggjast saman – eina medisinska og eina kirurgiska – tað verður ikki gjørt nógvastaðni í verðini, men tá ið tey á KS fóru undir ta tilgongdina, avráddu tey at taka ein sosiolog inn, Mariannu Andreassen. Tey vórðu býtt upp í bólkar, ið skuldu skriva um tað virksemi, sum hevði verið, og um tað virksemið, sum tey væntaðu, fór at vera. Í tí tilgongdini arbeiddu tey sera nógv við ætlanini um, hvussu tey skuldu skipa seg. Hugt varð at sjúk
lingabólkunum, og komið var fram til, at tað vóru tríggir høvusbólkar, sjúklingar, ið hava tørv á neyvari observatión, sjúklingar til útreiðan og sjúklingar til endurvenjing. Tey skipaðu deildina í trý toymir. Toymi 1 róptu tey Akutttoymið, sum er eitt blandað toymi við fimm sjúklingum, ið kunnu vera hálvintensivir, dementir og doyggjandi og hava brúk fyri tætt ari observatión og hjáveru, umframt akutt móttøka, dagskurð og viðrakn ing. Toymi 2 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til útreið an, og Toymi 3 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til endur menning ella rehabilitering, sum tey helst vilja kalla tað.
Fokus á økið
Tá ið tey fóru undir ta tilgongdina, skip aðu tey seg við einum toymisleiðara fyri hvørt toymi. Tað, sum endamálið var við allari toymisskipanini, var, at tey høvdu fokus á eitt øki. Tey eru fegin um toymisskipanina, tí í dag hava tey eina betri rehabiliter ing enn í 2015, tí tey miðvíst arbeiða við at hava fokus á endurvenjing, at hava fokus á tað tvørfakliga sam starvið, at tey síggja sjúklingin við hvør sínum fakligu brillum, og at tey øll í felag lyfta sjúklingin. Til dømis, tá ið tey hava ein sjúkling, sum verður innlagdur til rehabilitering, sita tey saman við sjúklingi, avvarðandi, kanska heimatænastu/almannaverki og gera eina móttøkusamrøðu/vænt anarsamrøðu. Allir fakbólkar eru við í hesi samrøðuni, og saman við sjúk linginum verður rehabiliteringsætlan gjørd, sum tryggjar, at arbeitt verður móti einum felags máli, sum sjúkling urin saman við toyminum hevur sett. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tvey sløg av rehabilitering, tann stutta rehabiliteringin, ið eru upp til tríggjar vikur og umfatar fasu-3 sjúklingar. Tann longra spesialiseraða rehabi literingin er ein tilgongd, sum er upp til tríggjar mánaðir og umfatar fasu-2 sjúklingar. Leisturin við felags mót tøku og at seta mál er eins fyri báðar rehabiliteringsgongdirnar. Tann spesialiseraða rehabiliter
ingin umfatar sjúklingar, sum antin eru yvirfluttir av donskum endurvenj ingarstovnum ella Landsjúkrahús inum. Samstarvið kom í lag í samráð við Bjarka á Rógvu, neurolog, sum er staðsettur í Danmark. Hann varðar sum konsulentur gjøgnum Lands sjúkrahúsið av sjúklingum við sein heilaskaða, sum koma heimaftur. Neurologurin hevði loftað søguni um kvinnuna frá 2015 og fór so saman við toyminum á KS at royna hesa mannagongdina. Rehabiliter ingstoymið hevur videofund. Er tað ein persónur, sum er undir 67 ár, boða tey Almannaverkinum frá, tí Almannaverkið varðar av fólki undir 67 ár. Tey sita á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við telduskíggjan, tey á endurvenjing arstovninum í Danmark eru loggað á saman við sjúklingi og avvarðandi, umframt at Almannaverkið ella eldrasamstarv eru við á fundinum. Á videofundinum verður vitan býtt millum báðar geirar, og avtalur verða gjørdar. Fyri at tryggja eina dygdargóða yvirflyting, fer starvsfólk á KS eftir sjúklinginum – vanliga ein sjúkra røktarfrøðingur og ein terapeutur frá ergo- og fysioterapiini. Yvirhøvur verða tríggir dagar settir av til hetta, bæði fyri at tryggja eina góða yvir levering og at menna fakligar før leikar.
Bindiliðið
Á KS fær sjúklingurin tillutaðan ein kontaktpersón á seingjardeildini, sum er bindiliðið til avvarðandi og terapitoymið. Ein kontaktpersónur er haraftrat á fysiurgisku deild, og hesin er kontaktpersónur millum seingjar deildina og Almannaverkið/eldra samtak. Ta fyrstu vikuna verður ein innlegg ingar- og væntanarsamrøða saman við sjúklingi, avvarðandi og tí tvør fakliga rehabiliteringstoyminum. Endamálið við samrøðuni er at skapa eitt gott grundarlag fyri samstarvi og greitt uppgávubýti millum sjúkling, rehabiliteringstoymið og avvarðandi,
har væntanir og førleikar verða til lagað. Ein rehabiliteringsætlan verður gjørd saman við sjúklingi og rehabi literingstoymi, og fyribilsdagfesting verður ásett fyri útskriving. Miðvegissamrøða verður avtalað við innleggingarsamrøðuna. Tey, sum eru við, eru sjúklingur, avvarð andi, almannaverk/eldrasamtak og rehabiliteringstoymið. Rehabiliteringssamrøða er vikuna fyri, at sjúklingurin verður útskrivað ur. Henda samrøða er millum sjúk ling, avvarðandi, lækna og rehabi literingstoymið og aðrar skipanir, sum eru við í málinum. Hvørja viku er tvørfaklig konferan sa á seingjardeildini. Ergo- og fysio terapi verða veitt tvær ferðir um dagin allar yrkadagar. Á seingjardeildini verður dentur lagdur á at útinna før leikarættaða sjúkrarøkt umframt at útinna útdelegeraðar ergo- og fysio terapeutiskar uppgávur alt sam døgrið. Annars hevur tað tvørfakliga toym ið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eitt týð andi tilmæli: Læknafakligi førleikin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við neurolog er ikki til. Mælt verður tí til, at neuro logur er við til allar samrøður, umframt at neurologur gongur stovugongd eina ferð um vikuna og fylgir rehabi literingstilgongdini. Neuropsykologur er ikki settur til somatikkina við føroyska sjúkra húsverkið. Minsta mark má vera, at
sjúklingurin fær eina neuropsyko logiska meting við byrjan av inn leggingini. Mælt verður til, at neuro psykologurin er við á tvørfakligum konferansum soleiðis, at rehabili teringstoymið kann sparra og fáa amboð til at menna kognitivar før leikar hjá sjúklinginum. Hetta kann samstundis gera sítt til at menna før leikar hjá rehabiliteringstoyminum. Neuropsykologurin kann saman við rehabiliteringstoyminum skipa fyri frálæru fyri sjúkling og avvarðandi. Ein neuropsykologur eigur at verða settur við føroyska sjúkrahúsverkið. Alternativið er, at peningur verður settur av til eksternar konsulent tænastur. Sjúklingar við samskiftisavbjóðing um hava stóran tørv á talipedagogi. Í føroyska sjúkrahúsverkinum er eing in talipedagogur settur. Ein talipeda gogur eigur at verða settur við før oyska sjúkrahúsverkið, alternativt at peningur verður settur av til eksternar konsulenttænastur. Fleiri av sjúklingunum, sum eru innlagdir til neurorehabilitering, eru í arbeiðsførum aldri. Tí verður mælt til, at sosialráðgevi er knýttur at til boðnum. Broytta lívsstøðan ber í sær, at sjúk lingurin er ofta í sálarligari kreppu. Tí verður mælt til, at sálarfrøðingur er knýttur at tilboðnum.
MEG D |
29
Mynd: Atelier Amy
Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, og hon upplýsir, at fyrsti fundur í hesum samband inum hevur verið millum hana og Kaj Leo Johannesen, landsstýris mann í heilsumálum og tvey sam gonguumboð í Trivnaðarnevndini um, hvussu tey fara til verka soleiðis, at tey veruliga fáa rehabilitering á breddan. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sína hugsan um, hvussu ein yvirskipað lóg um rehabilitering og vælferð skal gerast. Hon hevur verið limur í Trivnaðar nevndini og var eisini við í tilgongdini hjá undanfarnu landsstýriskvinnu at orða uppskotið um vælferðarlóg.
Uppskotið aftur í Løgtingið
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum. Almannamálaráðið fyrisitur umframt almannamál, familjumál, bústaðarmál og javnstøðumál
Samgongan miðvís við rehabilitering - At seta rehabilitering inn í samgonguskjalið er ein staðfesting av, at vit í samgonguni fara at arbeiða miðvíst við rehabilitering – og tað er eisini neyðugt, at vit øll – og ikki bara eg sum landsstýriskvinna í almannamálum – hava hesa ætlan og arbeiða miðvíst við ætlanini 30
| MEG D
– Tað er lagt stórt arbeiði í uppskotið, og eg ætli mær avgjørt at stríðast fyri, at uppskotið kemur aftur í Løg tingið í hesum tingári, sigur lands stýriskvinnan. – Eg eri farin undir at endurskoða uppskotið til vælferðarlóg saman við starvsfólkunum í Almannamálaráð num og tað verða helst eisini gjørd ar onkrar broytingar í sambandi við uppskotið, sum varð lagt fyri Løg tingið í vár. Uppskotið um vælferðarlóg kann sigast at vera ein rehabiliteringslóg, sum tó bara fevnir um ta hjálp, sum kann veitast á almannaøkinum.
Eggjar og stuðlar
Rehabiltering snýr seg grundleggj andi um at eggja, stuðla og hjálpa fólki, sum fáa ella hava viðfødd brek at fáa tað lív, tey sjálv vilja liva og klára. Hetta er eisini grundsjónarmiðið aftan fyri uppskotið um vælferðar lógina, sum byggir á, at borgarin skal vera so sjálvhjálpin sum gjørligt, og at hjálpin skal hava útgangsstøði í
teimum førleikum, ynskjum og tí tørvi, sum viðkomandi hevur. Tað er beinleiðis ásett í lógini, at hjálp skal veitast soleiðis, at borgarin í størst møguligan mun megnar at uppihalda sær sjálvum og liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum til ber.
Borgarin skal vera við
Tað er eisini beinleiðis ásett, at borg arin skal takast við í tilgongdina, og at ein ætlan, sum er tað sama sum ein rehabiliteringsætlan, skal gerast saman við borgaranum og ikki fyri borgaran. Ætlanin skal fevna um, hvørjar veit ingar og tænastur persónurin hev ur brúk fyri, umframt endamálið við hesum. Ætlanin skal eisini fevna um væntaða longd á fyriskipanum og skiftið frá einum lívsskeiði til næsta. Í tann mun persónur er undir fyriskipan ella ætlar at fara undir fyriskipan hjá øðrum myndugleika ella sjálvsogn arstovni, eigur ætlanin eisini at fevna um samskipan í sambandi við slíka fyriskipan. – Tað liggur í okkum menniskjum at taka okkum av hvørjum øðrum og tað er kanska serliga í Føroyum, at familjan framvegis eigur ein týð andi leiklut í lívinum hjá øllum og er ofta serfrøðingur í lívinum hjá hesum borgarum. Ofta er tað tað einasta varandi sambandið sum er. Avbjóð ingin er at finna eina javnvág mill um sjálvsavgerðarrættin hjá borg aranum, ressursurnar í familjuni og fíggjarliga rásarúminum hjá myndug leikunum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.
Vit skulu duga betur
Samanumtikið skulu vit duga betur at stuðla og hjálpa familjuni til at varð veita sambandið. Vit skulu spyrja,
hvussu vit saman kunnu staðfesta, hvat familjan vil taka sær av, og hvussu hetta kann lata seg gera. Rehabilitering er ikki bara endur venjing og viðlíkahaldsvenjing. Rehabi litering fevnir um eina røð av veiting um og tænastum, ið samanlagt stuðla undir, at fólk fáa eitt fyri tey virðiligt og innihaldsríkt lív. Í uppskotinum um vælferðarlóg eru ein røð av amboðum, ið kunnu gera sítt til, at borgarin gerst so sjálvhjálpin sum gjørligt, kann fáa ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Skipaða viðlíkahaldsvenjing
– Eg haldi sjálv, at tað hevur sera stóran týdning, at vit í Føroyum fáa stovnsett eina skipaða viðlíkahalds venjing. Tað gevur ikki meining, at vit brúka tíð, pengar og orku til at endurvenja førleikar hjá borgarum, um vit ikki eisini geva teimum hjálp til at viðlíkahalda sínar førleikar. Landsstýriskvinnan í almanna málum sigur, at tað er neyðugt, at vit áhaldandi arbeiða miðvíst við at styrkja ta endurvenjing, sum er skip að kring landið og ikki minst at fáa samskipanina millum myndugleikar at virka betur. Tað er longu ásett í kunngerð, at sjúkrahúsverkið og almannaverkið skulu samstarva um borgarar, sum ferðast ímillum, og at hvør borgari skal hava eina endur venjingarætlan og ein persón, sum tekur sær av samskipanini. – Tað er neyðugt at vit blíva við at arbeiða við at íverkseta hesar regl ur soleiðis, at borgarin lættari kann ferðast millum geirar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, lands stýriskvinna í almannamálum.
MEG D |
31
Virkna lívið og luttøka í øllum lívsins viðurskiftum Týsdagin 3. desember, altjóða dag teirra, ið bera brek, verður framsýn ing í Smæruni í Havn við tekningum hjá børnum úr 2. flokki í Vágs skúla og Skúlanum í Eysturkommunu. Evn ið er „Virkna lívið og luttøka í øllum lívsins viðurskiftum“. Lívsjáttandi og litríkt. Við hesum tekningunum úr rúgv uni takkar MEGD næmingum og lær arum fyri vælvild.
32
| MEG D
MEG D |
33
MEGD við á ráðstevnu um etikk í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum Ráðstevnan „Etikkur í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum" varð hildin í Kongshøll hósdagin 12. sept ember. Ráðstevnan viðgjørdi teir stóru etisku spurningarnar í heilsurøkt, eitt nú, hvørja atgongd skulu vit hava til heilsutænastur, raðfestingar á heilsuøkinum, privatlív og trúnaðar viðurskifti. Eitt annað evnið, sum varð viðgjørt á ráðstevnuni, var stigmatisering í sambandi við heilsurøkt og gransk ing í smásamfeløgum, og kjakast varð um, hvat vit kunnu meina um hesi viðurskifti. Fyilestrahaldarar vóru úr Norður londum og Kanada. The Nordic Committe on Bioethics, NCBio, sum er ein nevnd undir Nord Forsk og Norðurlandaráðnum, skip aði fyri ráðstevnuni í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsuog Sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari fyri Føroyar í nevndini og hevur verið
34
| MEG D
við í fyrireikingini av ráðstevnuni í Føroyum. Hon heitti á MEGD um at hava eina framløgu um sjónarmiðini hjá lima feløgunum við heitinum: „Hvat vilja fólk ella sjúklingar?"
Áhugaverdar ábendingar
Fyri at gera kanningina setti MEGD seg í samband við limafeløgini og bóðu tey lýsa, hvørjar upplivingar og hugsanir, tey hava um etiskar avbjóðingar, tá ið tað ræður um at taka ímóti heilsutænastum og almannaveitingum og at vera við í gransking í Føroyum. Sjey limafeløg sendu svar inn. Síðan vóru svarini gjøgnumgingin og hugt varð at, hvørji evnir vóru afturkomandi. Fyri at fáa lýst høvuðsevnini betur, var bólka samrøða gjørd við fýra luttakarar. Úrslitini, sum vórðu løgd fram á ráðstevnuni, vóru sostatt við støði í skrivligu svarunum og bólkasam røðuni. Vit lýsa hesa kanningina sum "at lyfta lokið av". Bæði evnini og ábend
ingarnar í kanningini, sum komu fram, vóru sera áhugaverd og fjølbroytt og eiga avgjørt at verða tikin upp í granskingarhøpi og kannað betur. Samanumtikið kann sigast, at úrslitini vístu, at tað eru bæði fyri munir og vansar at vera við í gransk ing, og tá ið tað kemur til at taka ímóti heilsutænastum og almanna veitingum í okkara lítla samfelag. Høvuðsevnini, sum vit varpaðu ljós á, vóru: • Gransking • Familjan "brúkt" - ov nógv ella ov lítið • Javnbjóðis veitingar • Trúnaður - ov nógv ella ov lítið • Sálarfrøðingurin • Heilsumyndugleikar • Lækni - kommunulækni fyrimunir og vansar • og læknin sum myndugleiki. Kanningin er løgd fram fyri lima feløgini í MEGD. Er áhugi fyri at hoyra meira um kanningina, eru tit væl komin at seta tykkum í samband við MEGD.
ADHD Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Bjørg Dam, forkvinna Tel. 211428 adhd@adhd.fo adhd.fo
lesa.fo Tróndargøta 40 100 Tórshavn Anne-Karin Kjeld, forkvinna Telefon: 25 39 22 lesa@lesa.fo lesa.fo
Javni Postboks 1133 110 Tórshavn Fía Petersen, forkvinna Telefon: 20 80 90 javni@javni.fo javni.fo
Alzheimerfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Ann-Mari Jensen, forkvinna Tel. 78 80 12 alzheimer@alzheimer.fo alzheimer.fo facebook.com/alzheimerfelag
FØROYA ASTMA/ALLERGIFELAG Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Bozena Rasmussen, forkvinna Telefon: 51 23 78 bozena@kallnet.fo
NÝRAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Jórun Karolina Høgnesen, forkvinna jorunh@olivant.fo
Autismufelagið A.C. Evensens gøta 8 100 Tórshavn Heidi Aagaard, forkvinna Tel. 50 90 31 formadurin@autisma.fo autisma.fo Cøliakifelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Sonja Tausen, forkvinna Telefon: 26 86 83 coliaki@olivant.fo Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Maria Ellefsen, forkvinna Telefon: 31 75 97 deaf@deaf.fo deaf.fo Diabetesfelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn May-Britt Skoradal, forkvinna Telefon: 29 22 53 maybrittskoradal@gmail.com diabetes.fo Epilepsifelag Føroya Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Randfríð Sørensen, forkvinna Telefon: 31 39 78 rs@januar.fo epilepsi.fo Hoyr Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Majbritt Jacobsen, forkvinna Telefon: 51 87 58 hoyr@olivant.fo hoyr.fo
FØROYA BLINDAFELAG Íslandsvegur 10a 100 Tórshavn Ruth Thomsen, forkvinna Telefon: 31 82 22 ruth.thomsen@blind.fo
Parkinsonfelagið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Durid Johannesen, forkvinna Telefon: 21 78 86 parkinson.fo@gmail.com parkinson.fo
FØROYA PSORIASISFELAG Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Kathrina F. Hansen, forkvinna Telefon: 506363 joensen.kathrina@gmail.com psoriasis.fo
Sclerosufelagið Undir Bjørgum 6 o.v.m. 110 Tórshavn Hallur Thomsen, formaður Telefon: 59 87 83 sclerosufelag@sclerosufelag.fo sclerosufelag.fo
GIKTAFELAG FØROYA Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Anna Petersen, forkvinna Telefon: 28 71 28 gikt@gikt.fo gikt.fo
SINNISBATI Postboks 1184 110 Tórshavn Róa Midjord, forkvinna Telefon: 59 79 13 sinnisbati@sinnisbati.fo sinnisbati.fo
HEILAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Maud Wang Hansen, forkvinna Telefon: 28 86 06 heilaf@olivant.fo
SPASTIKARAFELAGIÐ Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Herit Joensen, forkvinna Telefon: 21 00 48 spastikarafelagid@gmail.com
Hjartafelagið Postboks 3120 110 Tórshavn Eydna Joensen, forkvinna Telefon: 31 32 38 eydnajmj@gmail.com hjartafelag.fo
STOFFSKIFTISFELAGIÐ Landavegur 65 100 Tórshavn Anna Dahl-Olsen, forkvinna Telefon: 31 91 61 stoffskifti@stoffskifti.fo stoffskifti.fo
Parasport Føroyar Gundadalur 2 100 Tórshavn Jógvan Jensen, formaður Telefon: 31 78 79 parasport@parasport.fo parasport.fo
MEG D |
35
VÆLKOMIN Á altjóða dag teirra, ið bera brek 2019
Luttøka í øllum lívsins viðurskiftum 3. desember kl. 19-21 í Smæruni, Tórshavn Á skránni: – Framløga – Kjak – Tónleikur – Framsýning av barnatekningum – Kaffi & prát 36
| MEG D