Page 1

Páskastevnan

2013

Gleðiboðskapurin til øll ættarlið

28. mars - 1. apríl Vælkomin á páskastevnu í Kelduni í Skálafirði


Vælkomin á páskastevnu Vit bjóða tær at vera hjartaliga vælkomin í Kelduna á páskastevnu. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini. Endamálið við hesi stevnuni í Kelduni er fyrst og fremst, at menniskju skulu uppliva Kristus til anda, sál og likam. Hesar páskirnar fara vit aftur at upplyfta Jesus og gera Hann stóran fyri alt tað, sum Hann gjørdi fyri okkum á Golgata fyri 2000 árum síðani. Kom og verð við at lova Harranum hesa páskahátíð. Vælkomin á páskastevnuna í Kelduni. Pauli og Jastrid Høj, pastorpar

2


Skrá fyri páskastevnuna Skírishósdagur Kl. 18.00: Kvøldmøti Talari: Pauli Høj Sangur: Zamar Kl. 18.00: Barnamøti Langi fríggjadagur Kl. 10.30: Morgunmøti Talari: Hjørdis Háberg Petersen Lovsangur: Oasan Kl. 12.00: Framhald av morgunmøtinum Talari: Símun P. Jacobsen Sangur: Oasan Kl. 12.00: Juniorhugni Kl. 18.00: Kvøldmøti Talari: Carl-Gustaf Severin Sangur: Heini Lützen Kl. 18.00: Barnamøti

3

Kl. 21.30: Awake (ungdómstiltak) Talari: Rúni Rasmussen Nógvur lovsangur Ung úr Vágum vitna Leygardagur Kl. 11.00: Leiðsluseminar Undirvísari: Carl-Gustaf Severin Allir leiðarar og øll leiðsluáhugað eru vælkomin. Kl. 15.00: Familjutiltak Stórt tiltak fyri alla familjuna Kl. 18.00: Kvøldmøti Talari: Carl-Gustaf Severin Sangur: Bárður og Jógvan á Lakjuni Kl. 18.00: Barnamøti Kl. 21.30: Awake (ungdómstiltak) Talari: Ingibjørn Royðutoft Nógvur lovsangur Olvheðin Jacobsen syngur


Fyrsti páskadagur

Kl. 11.00: Morgunmøti Talari: Monica Severin Evni: Kallið og vitnisburðurin hjá einari trúðboðarakvinnu Sangur: Kirstin Olsen Breyðbróting verður Kl. 18.00: Kvøldmøti Talari: Carl-Gustaf Severin Sangur: Karl Johannesen Kl. 18.00: Barnamøti

Annar páskadagur Kl. 10.30: Morgunmøti Talari: Símun Absalonsen Lovsangur: Filadelfia Kl. 12.00: Framhald av morgunmøtinum Talari: Jóhan Petur Johannesen Sangur: Filadelfia Kl. 18.00: Kvøldmøti Talari: Carl-Gustaf Severin Kl. 18.00: Barnamøti

Kl. 21.30: Kom og syng! Nógv ymiskt á skránni: solistar, bólkar, felagssangur og vitnisburðar v.m.

4


Um CarlGustaf Severin Carl-Gustaf Severin verður aftur høvuðstalari á páskastevnuni í ár. Hann fer at tala á teimum flestu kvøldmøtunum. Carl-Gustaf er ein virðismettur og lívligur prædikumaður við hjarta fyri teimum, sum ikki kenna Jesus. Hansara opna lyndi og boðskapir bera við sær, at fólkið gevur boðanini gætur. Hann hevur prædikað í meira enn 35 ár og hevur síðan 1990 búð saman við konuni Monicu og teirra fimm børnum í Uppsala í Svøríki.

Føroyskir talarar

Hann byrjaði tænastuna sum evangelistur í 1973. Síðan hevur hann boðað evangeliið í fleiri enn 50 londum um allan heim. Størsta partin av tíðini hevur hann virkað og ferðast í fyrrverandi Sovjetsamveldinum (síðan

Pauli Høj er pastorur í Kelduni, Skálafirði. Símun P. Jacobsen er pastorur í Lívsins Orð í Saltangará.

1985). Menniskju í túsundatali eru komin til trúgv sum úrslit av hansara djørvu og radikalu boðan um Kristus, og undur og tekin hava eisini fylgt við tænastuni hesi árini. Hann hevur stóra gávu at prædika á ein hátt, sum er viðkomandi, og hevur

Hjørdis Háberg Petersen er prædikukvinna og tænir saman við familju síni í LifeChurch í Bradford, Onglandi. Jóhan Petur Johannesen er prædikumaður og er partur av leiðsluni í Oasuni í Hoyvík.

hetta borið við sær, at fjøldir eru rørdar av Gudi ígjøgnum hansara tænastu øll hesi árini.

5

Símun Absalonsen er prædikumaður og tænir í samkomuni Lívdini í Hoyvík.


Awake Tvey stór Awake (ungdómstiltøk) verða á páskastevnuni. Langafríggjakvøld kl. 21.30 og leygarkvøldið kl. 21.30. Viðkomandi og avbjóðandi talur eru á skránni. Rúni Rasmussen og Ingibjørn Royðutoft fara at tala. Teir eru leiðarar fyri Awake, sum er ungdómsarbeiðið í Kelduni. Rúni talar langafríggjakvøld. Ung úr Vágum hava vitnisburðar um, hvat Jesus hevur gjørt í teirra lívi. Leygarkvøldið talar Ingibjørn Royðutoft, og Olvheðin Jacobsen syngur. Bæði kvøldini verður nógvur lovsangur. Keldan hevur lovsangin bæði kvøldini.

Barnamøti Evnið á barnamøtunum verður „orðaleysa bókin“. Nógv er á skránni, m.a. sangur, Guds orð, gera ymiskt kreativt og drama.

Juniorhugni Hugni við spølum og kappingum í skúlabygninginum, og eisini verður okkurt lekkurt til matna. 6


Familjutiltak Á familjutiltakinum verður fjølbroytt skrá, m.a. hava vit góðan sang, hoyra søgu, síggja børn framføra sang og dans.

Leiðsluseminar Carl-Gustaf Severin hevur seminarið. Allir leiðarar og leiðsluáhugað eru vælkomin. Eingin tilmelding er til seminarið. Møguleiki er at keypa ein bita eftir seminarið.

Barnaansing Meðan øll morgunmøtini eru, verður skipað fyri barnaansing. 7


Matstovan og tilmelding til døgurðar Nógv ymiskt til matna. Allar stevnudagarnar bjóðar matstovan m.a.: Grill, tvíflís, salatbarr, desertir, bomm, køkur, kaffi/te, sodavatn og sunkist (gera eisini køkur, sum eru ætlaðar fólki við diabetes).

Matskrá Langi fríggjadagur: Lambskjøt, brún epli, vanlig epli og sós. Fyrsti páskadagur: Kolottusteik, rómaeplir, vanlig epli og sós. Annar páskadagur: Fleskasteik, epli, grønmeti og sós. Prísurin er 100 kr. fyri ein døgurða og 50 kr. fyri hálvan døgurða. Døgurði til børn frá 0 til 4 ár er ókeypis. Fyri børn í aldrinum 5 til 12 ár verður rindað fyri hálvan døgurða.

Tilmelding Tilmelding fer fram á keldan.fo. Eisini ber til at melda seg til døgurða á fartelefon 77 20 30. Freistin at melda seg til døgurða er mikudagin 27. mars kl. 12.00. 8


Stroyming Fært tú ikki komið á páskastevnuna? Tú kanst fylgja við kortini við at lurta og síggja, tí møtini og tiltøkini verða stroymað á www.keldan.fo.

Stórt bókaborð Bókahandilin Vitin hevur stórt og fjølbroytt bókaborð á stevnuni. Góður andaligur lesnaður fæst til keyps. Bókaborðið er opið í samband við øll kvøldmøtini.

9


Um Kelduna Keldan er ein samkoma, sum vil gera ein mun í samfelagnum og vera til signing fyri alt landið. Vit ynskja, at gleðiboðskapurin skal røkka út til øll menniskju í øllum aldri. Keldan er ein karismatisk samkoma, sum varð stovnað í 1987. Samkoman er vaksin nógv síðani, hon varð stovnað. Í dag eru 350 til 400 fólk knýtt at Kelduni. 2004 var ein varði í søguni hjá Kelduni. Tá varð nýggjur og stórur samkomubygningur tikin í brúk. Salurin tekur 800-1.000 fólk. Hesin bygningur í Skálafirði er góður karmur um allar tær fjølbroyttu tænasturnar, sum eru í Kelduni. Sum ein evangelisk frísamkoma grunda vit okkara virksemi og læru á ta klassisku kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum trúarbólki. Keldan hevur eitt opið og tvørkirkjuligt sinnalag og samstarvar við aðrar samkomur og kirkjur um at fremja Guds verk á jørð. Vit trúgva á tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir (sí meira um hetta á www.keldan.fo). Okkara endamál er at náa menniskju við evangeliinum um Kristus og við Hansara kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og før fyri at tæna Harranum og gerast Jesu lærisveinar. Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna og soleiðis vaksa og gerast sterk bæði andaliga og sálarliga. Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna.

10


Frískúlin Keldan 2010 setti Keldan á stovn frískúla. Heitið er Frískúlin Keldan. Virksemið hjá skúlanum fevnir um forskúla, skúla og frítíðarstovu. Alt virksemið er í hølunum hjá Kelduni í Skálafirði. Hølini eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og umhvørvið í Skálafirði er eisini góður karmur um hetta. Í dag ganga 49 næmingar á skúlanum, harav 14 eru í forskúla. 5 lærarar, 2 námsfrøðingar og 2 hjálparfólk starvast á skúlanum. Skúlin leggur dent á at menna alt menniskjað í kunnleika, likamliga, sosialt og andaliga. Vit vilja, at hvør einstakur næmingur mennist á øllum økjum, svarandi til sín førleika, og at lærarin leitar fram gávurnar í tí einstaka og fær tær at blóma. Skúlin eggjar eisinitil góðar dygdir, sum eru grundaðar á tað kristna virðisgrundarlagið. Undirvísingin er fjølbroytt, skapandi og hugvekjandi. Endamálið hjá skúlanum er:

• at uppala næmingarnar til at gerast tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar persónar, sum æra Gud og eru ein signing fyri familju, samkomu/kirkju og samfelagið

• At stuðla foreldrum í teirra ábyrgd at læra, venja, uppala og vegleiða síni børn Meira fæst at vita um frískúlan á www.fsk.fo

11


Fasta vikuskráin hjá Kelduni: Sunnudagar kl. 11.00: morgunmøti og barnamøti Sunnudagar kl. 12.00: barnamøti Mánakvøld kl. 20.00: bønamøti Týsdagar kl. 10.00: bønadagur Leygarkvøld kl. 21.00: Awake (ungdómstiltak) www.keldan.fo Bústaður: Skálafjarðarvegur 26, 485 Skálafjørður Teldupostur: keldan@keldan.fo

Páskastevnan 2013  

Stór páskastevna verður í Kelduni í Skálafirði í døgunum 28. mars til 1. apríl.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you