Page 1


Vælkomin Góðu starvsfelagar Nú er tíðin komin til hava ein fagnað fyri at hátíðarhalda fakið hjá okkum og fakfelag okkara. Ætlanin er at hava tveir dagar saman, har vit síggja og hoyra um nakað av øllum tí námsfrøðiliga virkseminum, sum fer fram hvønn dag um alt landið. Tankin er at lýsa bitar av øllum hesum í smáum verkstovum, sum tilsamans skapa eitt stórt, fjølbroytt og litríkt klútateppi av námsfrøði. Ein rúgva av námsfrøðingum, sum hvør í sínum lagi brenna fyri fakinum hjá sær, koma at fortelja út frá ymiskum heraðshornum í námsfrøðini um teirra lítla part av klútateppinum. Omanfyri er lýsingin av 30 ára fakfagnaðinum. Tiltakið er sprottið úr hugskoti frá nøkrum limum í Pedagogfelagnum sum halda, at vit hava so nógv áhugavert at vísa á og bera øðrum starvsfeløgum. Hugskotið varð loftað og tankarnir formaðir. Og áhugin hevur verið stórur - bæði viðvíkjandi at skipa fyri og at taka lut við verkstovum og øðrum tiltøkum.

01

Avbjóðingar hava verið á leiðini og vit hava heilsað hesum avbjóðingum vælkomnum og hava boðið okkum fram tann 9. og 10. november á Hotel Føroyum. Hetta, hóast árið 2012 bleiv nakað heilt annað, enn vit høvdu roknað við og hóast orkan næstan varð brúkt upp, áðrenn vit komu gjøgnum summarið. Nú eru vit til reiðar við einari sera áhugaverdari skrá og gleða okkum at møta øllum tykkum, sum hava meldað til tveir fakligar dagar saman við starvsfeløgum. Tveir dagar, har námsfrøðingar bera fram fakið og har vit balla okkum inn í eitt klútateppi, sett saman av bitum úr okkara dagliga arbeiði og okkara fakligu avbjóðingum. Vælkomin til fakfagnað og hjartaliga til lukku við 30 ára degnum. Maud Wang Hansen Forkvinna


30 ára fakfagnaður Føroya Pedagogfelag Gestarøðarar Avbjóðingar á námsfrøðiliga økinum Fríggjadag 9.00 Jóhannes Miðskarð er útbúgvin lærari, cand. pæd. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD við sergrein í gransking í tvørprofessionellum samstarvi. Jóhannes hevur arbeiðsroyndir sum pedagogiskt hjálparfólk á stovni fyri børnum við autismu, sum lærari í vanligum skúla og á serdeild fyri børnum við autismu, sum kontaktpersónur á ungdómsdeild á Hvidovre Psykiatrisk Center, sum undirvísari á pedagog- og læraraútbúgvingini á Setrinum og sum fyrilestrahaldari og ráðgevi á alskyns námsfrøðiligum stovnum í Føroyum og uttanlanda.

Jóhannes Miðskarð

Tú upphavsins lív -børn og ung sum javnbjóðis medspælarar í pedagogiskum og sosialum arbeiði Leygardag 9.15 At taka upp í barna– og ungdómsperspektivið ella sjónarhornið í pedagogiskum og sosialum arbeiði, hevur við sær, at vit verða noydd til at umhugsa, hvussu barna- og ungdómsperspektivið gerst ein partur av pedagogiska arbeiðinum. Tað livaða lívið hjá barninum og tí unga hevur avgerandi ávirkan á, hvørja tilgongd, hvørji dilemma, avbjóðingar og mál, ein slík tilgongd ber við sær. Sjálvandi kunnu vit lata vera við at taka sjónarhornið hjá barninum og tí unga við. Men tá objektivisera vit børnini og tey ungu og gera tey til lutir í okkara málhugsan; tá er endamálið ikki børnini og tey ungu, men at gera onkran yvirskipaðan myndugleika nøgdan við arbeiði okkara í eini kvantiserbarari fatan. Skulu vit arbeiða bæði kvalitativt og kvantitativt, so er alneyðugt í ítøkiliga arbeiðinum og møtinum við barnið og tann unga at taka tey við, fyri at fáa innlit í perspektivið hjá teimum, og við støði í eini fatan av teirra lívi at leggja til rættis eitt kvalitativt pedagogiskt arbeiði. Tann liniera mál- og miðhugsanin, verður avloyst av eini sirkuleraðari hugsan, ið hugsar pedagogiskt arbeiði inn í ein persónligan, stovnsligan og samfelagsligan samanhang, har fyrilit verður tikið fyri máli, mentan, diskursi og samfelagsligum karmum.

Rógvi Thomsen


8:00 9:00

- 9:00 - 9:45

-

Skráseting og morgunmatur Jóhannes Miðskar "Avbjóðingar á námsfrøðiliga økinum"

Fríggjadag

Fríggjadag Poula Eidesgaard

10:00 - 11:00 -

Sessión 1

11:00 - 11:15 -

Steðgur

Soleiðis fái eg ein betri arbeiðsdag

Sólrun Ziska Heilabúning og týdningurin av sansastimbran

Sessión 2

12:15 - 13:15 -

Døgurði

Barnaverðin 0-3 ár

Hildur Debes Samuelsen

Fríggjadag

11:15 - 12:15 -

Sóley Samuelsen

Málmenning til børn í vøggustovualdri

Jórun Niclasen

Læruumhvørvið á dagstovnum - gerandisfrásagnir

Elsa Nielsen Námsfrøðiligt arbeiði í fjøruni

Fríggjadag

13:15 - 14:15 -

Sessión 3

14:15 - 14:30 -

Steðgur

Hanna Thøgersen

Vera Bjørgvin

Marjun Petersen

Sporpedagogikkur og námsætlan

Jaligt samskifti

Borgarin í miðdepilinum – frá orði til handling

Hanna Thøgersen

Ingun M. Jacobsen

Anna Sofía Egilstrøð

Sporpedagogikkur og námsætlan

Eitt bjóðað ella eitt valt lív

Hvat er góð lívsgóðska?

Fríggjadag

14:30 - 15:30 -

Sessión 4 Liðugt

8:00 9:15

- 9:00 - 10:00 -

Morgunmatur Rógvi Thomsen “Tú upphavsins lív - børn og ung sum javnbjóðis medspælarar í pedagogiskum og sosialum arbeiði”

Leygardag

Leygardag Ingun M. Jacobsen

10:15 - 11:15 -

Sessión 1

11:15 - 11:30 -

Steðgur

Súsanna Holm

Maria Johannesen

Eitt bjóðað ella eitt valt lív

Kant um pedagogikk

Jórun Niclasen

Bjørghild Arnholdsdóttir og Judith Reinert Petersen

Hildur Debes Samuelsen og Laila Æðustein Thomsen

Njótið løtuna

Málmenning til børn í vøggustovualdri

Foreldrasamstarv

Leygardag

Læruumhvørvi á dagstovnum - gerandisfrásagnir

11:30 - 12:30 -

Sessión 2

12:30 - 13:30 -

Døgurði

13:45 - 14:45 15:15 - 16:15 -

Hugleiðingar úr søguni v/ Julionnu Næs og Carita Bjørklund LOL – lýs okkara lív v/ Margarinfabrikkini – ung og vaksin

Liðugt


Verkstovur Súsanna Holm Kant um pedagogikk Asta í Toft, Guðrun Horn og Anny Tórstún

Katrin Haraldsen

Vera Bjørgvin

Magna Jógvansdóttir

Jaligt samskifti

Karlstadmodellið. Eitt modell til mál – og samskiftisvenjing

Bjørghild Arnholdsdóttir og Judith Reinert Petersen

Hvussu arbeiða vit við inklusión í Miðstovninum?

Inklutión

Elisabeth Henriksen

Marjun Petersen

Anna Sofía Egilstrøð

Maud W. Hansen

Hvat er góð leiðsla?

Borgarin í miðdepilinum – frá orði til handling

Hvat er góð lívsgóðska?

Fólk við menningartarni á arbeiðsmarknaðinum

Maria Johannesen

Magna Jógvansdóttir

Allan og Emily Næs

Foreldrasamstarv

Karlstadmodellið. Eitt modell til mál – og samskiftisvenjing

Elstu børnini á Dagstovni

Asta í Toft, Guðrun Horn og Anny Tórstún Hvussu arbeiða vit við inklusión í Miðstovninum?

Elin Debes og Gyðja Johannesen Miljøterapi

Alice Simonsen

Poula Eidesgaard

Barnafátækradømi í Føroyum

Soleiðis fái eg ein betri arbeiðsdag

Katrin Haraldsen Sorgætlanir

Elsa Nielsen og Birna Tyril Gunnarsson Námsfrøðiligt arbeiði í fjøruni

Njótið løtuna

Café-fundur

Café-fundur

Inkluderandi frítíðarskúla -námsfrøði v/ m.ø. Joan Heinesen, Beintu Klakstein og Ann Elisabeth Joensen

Fakfelagsarbeiði v/ nevnd og fyrisiting í FP

Café-fundur

Café-fundur

Inkluderandi frítíðarskúla -námsfrøði v/ m.ø. Joan Heinesen, Beintu Klakstein og Ann Elisabeth Joensen

Fakfelagsarbeiði v/ nevnd og fyrisiting í FP

Sóley Samuelsen

Katrin Haraldsen

Barnaverðin 0-3 ár

Sorgætlanir

Beinta Klakkstein Barnafátækradømi í Føroyum

Elisabeth Henriksen Hvat er góð leiðsla?

Allan Mortensen og Emily Næs Elstu børnini á Dagstovni

Sólrun Ziska Heilabúning og týdningurin av sansastimbran

Elin Debes og Gyðja Johannesen Miljøterapi


30 ára fakfagnaður Føroya Pedagogfelag Gestarøðarar Café-fundir: 2 tímar, aktiv luttøka, dialogur, felags forvitni og hugsavning

Fríggjadag 13.15 dupultsessión

Inkluderandi frítíðarskúlanámsfrøði v/ m.ø. Joan Heinesen, Beintu Klakstein og Ann Elisabeth Joensen Hvat eyðkennir frítíðarskúlanámsfrøðina, og hava vit serligar fortreytir fyri inklusión?

Fríggjadag 13.15 dupultsessión

Fakfelagsarbeiði v/ nevndini og fyrisitingini í Føroya Pedagogfelag Hvat snýr fakfelagsarbeiði seg um, hvat gera tey í nevndini og fyrisitingini? Hvussu er sambandið millum felag og limir og hvat man fakfelagsarbeiði fara at verða í framtíðini? Eitt høvi at koma í dialog við fakfelagið hjá tær

Leygardag 13.45

Hugleiðingar úr søguni v/ m.ø. Julionnu Næs og Caritu Bjørklund


Leygardagin 14.30 –16.00

LOL – LÝS OKKARA LÍV Margarinfabrikkin er eitt Barna-og Ungdómsmentanarhús mitt í Havn. Nógv børn og ung í Tórshavnar Kommunu hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini. Vit arbeiða tilvitað við at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnunum og teimum ungu. Fjølbroytti kreativiteturin á Margarinfabrikkini verður brúktur sum námsfrøðiligt amboð, og er við til at fáa fram skapandi evnini hjá børnunum og teimum ungu. LOL –lýs okkara lív, er heitið á verkstovuni, sum tey ungu sjálvi hava valt at kallað tað. Tey ungu fara at taka aktivt lut við teirra hugsanum um m.a. okkum vaksnu, okkara forvæntningar til teirra, frítíðarlív o.s.fr.

”Kennir tú Margar”, var heitið á sangleiki, sum tey ungu framleiddu frá byrjan til enda í 2011. Evnini, tey tá hugleiddu um, vóru eitt nú hjartasorg, yvirstremban, keðsemi og hjúnaðarskilnaður, og tey fara at vísa tykkum brot úr leikinum, sum var møguleikin hjá teimum at siga frá hugsanum, stúranum, gleði, framtíðarætlanum o.a. ”At skilja ung” er framløga, har Ingvør í Haraldsstovu, námsfrøðingur í Margarinfabrikkini, fer at greiða frá kensluligu og kropsligu broytingunum hjá tannáringum.

BORÐHALD, GÓÐUR MATUR OG GOTT FÓLK. HITMEN UNDIRHALDA LEYGARKVØLDIÐ KL.19.00 – KOSTNAÐUR 325 KR.


Sniรฐgiviรฐ hevur

30 ára fagnaður  

Faldari til 30 ára fagnað hjá Føroya Pedagogfelag

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you