Page 1

Dvølja Tøvd Taska

Charms Armbond við

Popcakes tekstur á vegginum

Síðsummar 2011


Ábyrgd, hugskot, myndir, uppsetan: Jóhanna Thomsen www.dvolja.com - www.johannathomsen.com dvolja@dvolja.com


Dvølja Tosa pent

Flenn

Ikki geva upp

r Ver erligu

k k a t g i S

Ver ur m a s p l á hj

Fyrige

agiN d t ó j N n i l o t r e V tøkum s i m m tínu Lær av eftir líð ver at ur m a s k k ta

v

Lurta tínum m u r d l e r fo a ð i b t a l i t Minst

4 Eitt sindur av síðsummarinum í stovuna 8 Popcakes EG T I K S 10 Skúmfidusar L E G E G I S 12 Armbond við charms Dvølja merkir at steðga á. Og við hesum net­ blaðið hevur tú nøkur hugskot til, hvat tú kanst 14 Tekstir á veggin takast við, tá tú ynskir at steðga á í gerandis­ degnu. 16 Taskan Dvølja er eisini ein stytting av orðinum dag­

ja l ø v D

dvølja. Ein dagdvølja er eitthvørt at stytta sær stundir við, eitt ítriv.


Heiðalyng í pott Far ein gongutúr har heiðalyngur veksur og henta tær eitt vakurt tyssi. Hesa ársinstíð stendur heiðalyngurin í fullum blóma, og er hann vakrari enn nakrantíð. Fá størri gleði av honum og tak hann við inn í stovuna



Tilfar Heiðalyng Ein pott Silkiband Set eitt tyssi av heiðalynig í pottin og bind eina lítla sloyfu runt um pottin.





Síðsummarhugni Summarið er farið at halla. Kvøldini gerast myrkari, gerandisdagurin ger um seg aftur, og vit leita inn í stovur­ nar aftur. Eitt summarligt blómutyssi við stearin­ljósum, firvaldum og fuglum setur prikkin yvir i’ið hesi hugnaligu síðsummarkvøldini.

Tilfar

Heiðalyngur, klokkulyngur, mosi og annað, sum blómar nú. Oasis Tveir stakar við stelki Eitt fat Tvey ljós í frískum litum Firvaldar og fuglar Sker oasis til, legg tað á blot. Legg oasis á fatið, set mosa, lyng og blómur tilvildarligt í oasis. Set stakarnar í og set fyglar og firvaldar millum blómurnar.







POPCAKES


Popcakes Køkupinnar 1 pk Brownies Ommukrem (uppskrift er á blogginum, www.dvolja.com) 1 pk Candy Melts, ella 2 x ½ pk í ymiskum litum umleið 20 pinnar Ymsikt drúss og pynt Baka brownies eftir uppskriftini á pakkanum. ella baka eina brúna skuffikøku eftir egnari uppskrift. Morla køkuna sundur, tá hon er bakað og kólnað. Elt hana saman við umleið 3/4 av einari portión av ommukrem. Ger umleið 20 kúlur. Set tær í kuldaskápið í ein tíma. Smeltað Candy Melts. Koyr ein pinn í hvørja kúlu og smyr varliga tað smeltaða Candy Meltið á kúlurnar. Stroy drúss omaná. Tilber eisini at gera hvítar popcakes. Ger tá eina hvíta skuffikøku og brúka smørkrem uttan kakao ístaðin fyri ommukrem.

TIPP:

Tilfar til popcakes kann keypast á hesum síðum: www.happyhoola.dk www.alttilkager.dk 


Skúmfidusar

1dl vatn - 200 gr sukur - 1 pk husblas - smakkievnið - litevnið - sjokulátu, flormelis Koyr sukur og vatn í eina grýtu og lat simra í einar 20 min. Bloyt husblas í 5 dl av vatni, meðan sukurvatnið simrar. Stoyt vatnið frá husblassinum og stoyt sukurvatnið omanyvir husblassið. Koyr smakk og lit í og píska væl. Tá tað er lunkað og tjúkt skalt tú stoyta deiggið í ein form, 15x20 cm, við bakipappíri. Set í kuldaskápið og lat standa í ein tíma. Sker í bitar – uml. 1,5x2 cm. 10

Stroy flormelis ella smeltaða sjokolátu oman­ yvir. Teir gulu hava banansmakk og sjokolátu og minna tí um skúmbananir. Teir bláu smakka av vanilju. Til hetta hava vit brúkt vaniljusukur. Smakki- og litevnið til bomm kann keypast í ítrivshandlum...


11


Armbond við

Charms 3-5mm svartar træperlur 4 ymisk charms 4 ringar við eyga 4 øskenringar 2 stórar silvur perlur elastik

12

Fest tíni charms á ringarnar við eyga við øskenringunum. Ger síðani fyrst tað mittasta arm­ bandið. Koyr tvey charms á og báðar silvurperlurnar.

Ger síðani hini bæði armbondini, og koyr eitt charm á hvørt. Drag elastikkið ígjøgnum silvur­perlurnar á tí mittasta arm­ bandinum..


Silvur armringar Ymisk charms og perlur Øskenringar Perlustavar Fest charms í armringarnar við øsken ringum. Fest perlur í øsken við perlustavum og klip stavarnar til.

TIPP: Góðar heimasíður at keypa smúkkutilfarð frá: www.smyks.dk www.1001perle.dk Øskenringar

Ringar við eyga

Perlustavar

Um tú keypir fyri minni enn 300kr frakt íroknað, verður hvørki tollur ella mvg lagt á vøruna. 13


4 avlong lørit í ymiskum støddum Træ bókstavir Bókstavaskabilónir Hvítt, svart og ymiskir litir av acryl máling Blanda hvítt og svart og mála løritini grá. Skriva fýra ymisk orð, sum fyri teg eru við til at skapa eitt heim. Skriva okkurt við træbókstavum og okkurt við skabilónum.

14

Hesi fýra orð skulu inni­­ halda bókstavirn­ir “H E I M”. Markera hesar bók­­ stav­ir við ymiskum lit­ um, so orðið HEIM stend­ ur niður eftir øllum fýra lørit­unum.


Tosa pent

Njót dagiN Lær av tínum mistøkum ver atlíð takksamur

fram­hevja nøkur orð við ein­um liti, sum hóskar til tykk­ara heim. Prenta út og ramma inn og so uppá veggin at hanga.

Ver hjálpsamur

Fyrigev

Skriva nakrar leiðreglar fyri tykkara familju ella tykkara heim niður. Set teir upp í word, photo­shop ella onkrum øðr­um forriti. Brúka ymisk­ar skrifttypur og

Ver tolin

Ver erligur

LEIÐREGLUR í rammu

Ikki geva upp

Flenn

Sig takk

eftir Lurta tínum foreldrum Minst til at biða

SIG EG ELSKI TEG 15


Tøvd taska 1 grønt tveytráða noða frá Sirri 2 appelsingul tveytráða noða frá Sirri 13 træ kúlur í ymiskum støddum, 10-30mm Rundstokk nr 7 og 5

16

Kasta 140 eygu á stokk nr. 7. Bind beint upp til stykkið er umleið 40 cm. Skift til stokk nr. 5 og bind trý um­før við grønum. Fyrsta umfarið tekur tú av umleið 5. hvørt eyga. Bind eitt mynst­­ur í við appelsin­ gulum. Her er “rokk­urin” úr bók­­ini Føroysk bind­ ingar­mynst­ur brúktur. Bind trý umfør grønt. Er tann grøni bordin nú 11 umfør, bind so eitt

rangt umfar og so 11 umfør rætt við grønum. Læs av. Legg tann grøna bordan dubult og seyma hann fastan á rang­uni. Seyma saman í botn­in­um av taskuni. Vaska taskuna við hond og koyr hana í turkit­rumluna. Ger hetta tvær ferðir. Drag perlurnar á ein sterk­an tráð og fest tær í taskuna.

Dvølja V  

Eitt blað við løttum dagdvøljum

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you