__MAIN_TEXT__

Page 1

Dvølja Dekka upp til veitslu

Nr. 3 - oktober 2010

Armbond til hansara

Tvær við eplum


6


Dvølja Innihald Suppur við eplum Armbond �l hansara Roman�skt kamar Dekka upp �l veitslu Blómuprýði

ja l ø v D

4 6 8 10 12

Dvølja merkir at steðga á. Og við hesum netblaðið hevur tú nøkur hugskot til, hvat tú kanst takast við, tá tú ynskir at steðga á í gerandisdegnu. Dvølja er eisini ein stytting av orðinum dagdvølja. Ein dagdvølja er eitthvørt at stytta sær stundir við, eitt ítriv.

4 10 8

http://dvolja.johannathomsen.com dvolja@johannathomsen.com


Purru epla suppa

3 purrur 5 meðal stór eplir 1 høsnarungabótarmola 1 l. vatn 1 pk róma 1 tsk muskatnøt salt og pipar Sker purrurnar í ringar og eplini í smærri bitar. Svitsa hetta í heitari olju. Koyr vatnið og bótarmolan í og læt suppuna kóka í 15 min. Koyr róman og muskatnøt í, lat suppuna koma uppá kók. Smakka til við salt og pipar.

4


Suppa persillurót epli 500 gr eplir 300 gr persillurót 2 stórar leykir 15 gr steikimargarin 1 l oksaboullion 2,5 dl róma saft av tveimum sitrónum Sker epli, persillurót og leykir smátt og svitsa tað í grýtu. Koyr boullion í og lat tað smákóka í hálvan tíma. Blenda grønmeti og pressa suppuna gjøgnum eina sílu. Koyr róman og sitrónsaftina í. Hita suppuna og smakka til við salt og pipar.

5


Til hansara

Fleiri saman

Svart flætta leðurband 5,5mm Grátt flætta leðurband 5,5mm Svart rangseymað leðurband Svart leðurband 2mm - 1 metur Svartur voksaður hørtráður Sekundlím Klipp tað 2 mm tjúkka leðurbandið í trý og flætta tað. Klipp tað svarta og gráa og tað rangseymaða leðurbandi í hóskandi longd. Legg hetta saman við tí flættaða 2 mm bandinum. 2 mm flættaða bandið skal koma uml 10 cm longur út í báðum endum. Vind tann voksaða tráðin runt um endan á leður bondini í báðum endum. Líma endarnar. Ger ein flytbaran knút á tað flættaða 2 mm bandið.

Flytbarur knútur


Einkult og smart

Eitt flætta leðurband 5,5 mm Eitt magnetlás Trý silvur prýði Sekundlím

Klipp eina hóskandi longd av leðurbandi, drag silvur prýðið á og líma endarnar í magnetlásið.

Skjótt og lætt

Træperlur 5 mm & 8 mm Silvur kross Elastik tráð

Drag perlurnar og krossin á elastiktráðin. Knýt endan.

7


iskt Romant

Eitt kamar, sum var hvítt - hvítir veggir, gólv og loft. Hvít song og songjarteppi - er peppað upp við litføgrum tapeti, nýggjum pútum og songjarteppi. Uppfrískaðar, nostalgiskar lampur og rammur hanga nú á vegginum.

8


Tvær gamlar messinglampur eru sproytaðar silvur. Gamli leidningurin er skiftur út við ein svartan og lampurnar hava fingið nýggjan skerm. Tvær rammur eru eisini sproytaðar silvur.

Lillalit, romantiskt tapet aftan fyri songina. Tapetið er sett upp í fýra banum, minst til at fáa mynstrið at passa saman, tá tú tapetserar við mynstutum tapeti. Tapetið kemur eitt sindur útum songina á báðum síðum.

Pútur í lilla og silvur litum prýða songina. Tær gráu eru keyptar. Tær lillalittu eru seymaðar úr ljósum og myrkum lillalittum veluri. Stór fýrakantað púta: Klipp tvey stykkir á 70x50cm og seyma tey saman á ranguni. Læt eitt lítið hol vera óseymað. Vend pútuni við og koyr fyllu í. Seyma holið saman. Seyma fýra silvurlittar knappar við similisteinum í pútuna. Rundar pútur: Klipp tveir líka stórar rundingar. Hesir eru teknaðir upp eftir einum stórum lagkøkufati uml. 30 cm í tvørmát. Seyma saman á ranguni. Læt eitt lítið hol vera óseymað. Vend pútuni við og koyr fyllu í. Seyma holið saman. Seyma ein Skalt tú seyma fleiri pútur, kann tað loysa seg at keypa eina bíliga knapp í aftan og framman mitt á pútuna. 9 dýnu og brúka fylluna í dýnuni til púturnar.


Dekka upp til veitslu svart & pink

10


Servietturin er rullaður saman. Eitt svart band við silv- Eitt svart borðkort við mynd av heiðursgestinum á. urkanti er rullað runt um og ein silvur serviettringur Inni í kortinum kann eitt borðverðs ella matarskráin settur á. standa. Ger flott borðprýðið í ljósareyðum litum. Brúka sama bandið, sum til serviettarnar og ein silvur firvald, sum til ljósini. Les meira um hvussu hetta verður gjørt á s. 12

Tvey pink og eitt svart stearinljós sett í ymiskar høgar glas og silvur stakar. Pynta ljósini við silvur firvaldi.

11


So er klárt til veitslu 12

Grønt og appelsingult eru tveir sterkir og ymiskir litir, men teir hóska væl saman. Borðið gerst festligt og litfagurt, tá tú torir at brúka fleiri litir. Fyri at fáa samanspæl millum alt borðprýðið, læt so somu litir ganga aftur í ljósum, blómum og serviettum.


Tríggir smáir vasar við ymiskum blómum. Tú kanst keypa bíligar urtapottar í nógvum matvøruhandlum. Keyp tveir ella tríggjar við nógvum blómum, klipp blómurnar av og set tær í vasar.

Einkult og vakurt. Rulla serviettin saman, bint eitt silkiband og ein silvurtráð við einum krossi runt um.

Set fleiri ljós í ymsikum støddum og litum saman. Bint sama band og tráð um eitt ljós, sum serviettin. 13


Blómutyssi í vasa 14

5 gerberur 1 lítlan pott brennandi kærleiki 2 lítlar pottar slyngplantur Silkiband Oasis Firvald við nál Vasa Sker oasisið til, so tað er eitt sindur minni enn vasin í ummát Legg oasisið í vatn í 15 min. Bind gerberurnar saman og vind silkbandið um. Set frivaldin á. Klipp blómurnar av brennandi kærleikanum. Klipp slyngplanturnar av tætt við røturnar. Legg oasis í vasan, vikla slyngplanturnar runt um oasisið. Set brennandi kærleikan í oasisið í ein runding. Læt eitt glopp vera mitt í. Klipp av stelkinum á gerberunum, so at tær liggja niður á vasan. Set gerberurnar niður í oasisið.

Profile for Johanna Thomsen

Dvølja III  

Dagdvøljur

Dvølja III  

Dagdvøljur

Profile for dvolja
Advertisement