Page 1

Dvølja Baka lekrar muffins

Nr. 1 - august 2010

Tak tað føroyska summarið inn Ger tær eitt armband


Dvølja Innihald Muffins Tak summarið inn Endurnýggja rammur Ger armbond Bint eina pútu

4 6 8 10 12

6

4

ja l ø v D

Dvølja merkir at steðga á. Og við hesum netblaðið hevur tú nøkur hugskot til, hvat tú kanst takast við, tá tú ynskir at steðga á í gerandisdegnu. Dvølja er eisini ein stytting av orðinum dagdvølja. Ein dagdvølja er eitthvørt at stytta sær stundir við, eitt ítriv.

10


MUFFINS Rabarbu- og jarðberjamuffins

4

Tilfar : 40 gr smør 100 gr rabarbur 2 spsk. vatn 150 gr sukur 100 gr jarðber - frísk ella fryst 2 egg 1 dl. róma 1 dl. nýpressað appelsinsaft 275 gr hveitimjøl 2 tsk. bakipulvur 3 tsk. vaniljusukur

Soleiðis gert tú: Set ovnin á 180 gradir. Smelta smørið. Sker rabarburnar í smáar bitar, uml. 1 cm, og kóka tær í 2 spsk. av vatni og 1 spsk. sukur. Lat kóka soleiðis undir loki í 5 min. Um tú brúkar Frísk jarðber: Skola tey, sker stelkin av og sker berini í bitar. Um tú brúkar Fryst

jarðber: Tak berini úr frystiboksini uml. 1 tíma, áðrenn tú skalt brúka tey. Sker tey í bitar. Píska egg og sukur væl saman. Koyr tað smeltaða smørið, róman og appelsinsaftina í og píska alt saman. Blanda mjøl, bakipulvur og vaniljusukur saman og píska tað saman við tí váta tilfarinum.

Rør varliga jarðberini og rabarbugreytin í deiggið. Koyr deiggið í okkurt um 16 muffins-formar, og baka teir í 16-20 min.


Sjokobanan muffins 400 gr sukur 245 gr mjøl 75 gr kakao 1½ tsk bakipulvur 1½ tsk natron ½ tsk salt 2 egg 2 bananir 240 ml heitt vatn 120 ml mjólk 120 ml olju 2 tsk vaniljusukur

Set ovnin á 180 gradir. Píska egg, mosaðar bananir, vatn, mjólk og olju saman. Blanda sukur, mjøl, kakao, bakipulvur, natron, bakipulvur og salt saman. Píska alt saman. Koyr deiggið í okkurt um 24 muffinsformar. Deiggið skal fylla umleið 3/4 av forminum. Baka í uml. 20 min.

Vaniljumuffins við amerikanskari icing

120 smør 130 gr sukur 3 egg 1 tsk vaniljusukur

200 gr mjøl 1½ tsk bakipulvur 1/4 tsk salt 60 ml mjólk

Set ovnin á 180 gradir. Píska smør og sukur væl saman. Koyr eggini í og píska væl í millum hvørt egg. Blanda mjøl, bakipulvur, vaniljusukur og salt saman Koyr mjølblandingina og mjólkina í so við og við og píska við lágari ferð. Koyr deiggið í einar 12 muffinsformar og baka teir í 18-20min.

Icing 230 gr florsukur 120 gr smør 1 tsk vaniljusukur 2 spsk mjólk fruktfarvu smakkievni Píska smør, sukur og vaniljusukur væl saman. Koyr mjólkina í og píska væl í eini 3-4 min. Koyr litevni og smakkievni í. Her er eitt reytt/ lilla litevni og jarðberð smakkievni nýtt. Sproyta icingin á tá muffinsarnir eru kaldir. 5


Tak tað føroyska summarið inn

Summarið er farið at halla, nú ræður um at njóta tað, ið eftir er so væl sum gjørligt. Far ein túr út, tak børnini við og heinta nakrar summarblómur og set tær í vasar inni.


Føroyskar blómur á borðið Brúka føroyskar blómur til borðprýði. Set nakrar smáar vasar á eitt fat og set ein fittan figur millum vasarnar. Føroysku blómurnar eru at finna í alskyns litum. So tú finnur altíð litir, ið hóska til borðdekningin hjá tær.

Eitt føroyskt blómutyssi Eitt rokaligt føroyskt blómutyssi í trimum smáum vasum. Her eru blómur í gulum og ljósareyðum litum settar í appelsingular og gular vasar.

Urtagarðsblómur Hevur tú urtagarð, sum stendur í blóma, tak so blómurnar inn, og læt tær prýða heimið. 7


Myndir á vegginum prýða um í heimi okkara og siga søgur um okkum og lív okkara.

Vit kenna øll rammurnar, ommur okkara brúktu til brúðarmyndir og familjumyndir. Messingrammurnar við bogaðum glasi og prýði i horninum. Tær rammurnar er ikki serliga nútímans, men tær eru vakrar og fullar av nostalgi Við eitt sindur av sproytumáling hóska tær gomlu messingrammurnar stak væl til eitt hvørt nútímans heim. Eigur tú ongar messingrammur, so fáast tær á loppimarknaðum og í 8

endurnýtsluhandlum. Tú kanst eisini fara upp á ovastaloft hjá ommuni at vita, um hon ikki man eiga nakrar óbrúktar rammur. Rammurnar á myndini omanfyri eru sproytaðar

við silvurgráum og mattsvørtum. Tú kanst sjálvandi sproyta tær allar í sama liti, ella velja aðrar litir. Stakin í miðjuni er eisini ein massingsstaki frá ommu, sum hevur

fingið ein umgang við silvurmáling. Tað finnast ymisk sløg av sproytumáling, fylg altíð vegleiðingini á málingadunkunum.


Hvar og hvussu? 1. Planlegg

Hugsa teg væl um, áðrenn tú heingjur myndir upp. Hvørjar myndir skulu upp at hanga og hvar.

t o k s g u H

2. Eygnahædd

Miðjan á myndini skal vera í eygnahædd. Ein tummilfingraregul sigur at eygnahædd er áleið 155cm upp frá gólvinum.

3. Bólka myndir

Um tú ætlar at heingja fleiri smærri myndir saman, avgerð so fyrst hvussu tær skulu hanga. Ger mynstur og skap, set stórar og smáar myndir saman. Fleiri myndir saman kunnu síggja gott út, men tað kann eisini síggja óruddiligt út. Vilt tú hava eina mynd at síggjast best úr fjøldini, lat tað so vera meira luft rundan um tí myndina enn hinar.

4. Royn tað fyrst

Klipp pap út í somu støddum sum myndirnar, klistra tað á veggin. Bakka nøkur fet og hygg um tað sær gott út. Markera kantarnar og tak pappið niður.

Ramma listaverkini hjá børnunum inn. Tey rigga stak væl saman við myndunum av børnunum, og børninni gleðast um at síggja listaverkini á vegginum.

5. Hav innbúgvið í huga

Um tú skalt heingja eina mynd uppi yvir eitt nú einum stóli ella borðið, syrg so fyri at ramman er smalri enn innbúgvið.

6. Ljós

Ikki heingja myndir á ein vegg við ov nógvum ljósi. Ein veggur beint yvirav einum vindeyga hóskar ikki so væl til myndir, tí ljósið frá vindeyganum skyggjur aftur í glasinum í rammunum.

Messingrammurnar sproytumálaðar svartar og silvur

9


Ger títt egna

i

i

Armband LeÐurarmband viÐ perlum Tilfar Leðurband 140cm 8 ymiskar perlur Kúlulás við magnet 2stk 6mm muffin Sekundlím

Klipp leðurbandið í átta. Drag eina perlu upp á hvørt band, og knýt báðumegin við perluna. Er holið í perluni so stórt, at

knúturin fer í gjøgnum, límar tú perluna fasta. Koyr ein dropa av líminum í annan muffin, og koyr leðurbondini í. Læt tað torna. Vita um armbandið passar í longd, um ikki klipp tað so til, áðrenn tú límar tað í tann seinna muffin. Koyr lásið í muffarnar báðar.

Til hetta armbandið er eitt kúlulás brúkt. Brúka eitt lás, sum tær dámar og sum hóskar til perlurnar, tú brúkar.

Um tú ynskir eitt fyldigari armband, skalt tú brúka fleiri leðurbond, tá mást tú eisini hava størri muffir.


Knýtt armband viÐ perlum Tilfar: Perlur eftir egnum ynski. 50cm av bandi, sum passar í gjøgnum perlurnar. 150cm band. Sekundlím. 1. Fest tann eina endan á tí stutta bandið, tú kanst td. klistra tað fast í borðið. 2. Legg tað langa bandið undir tað stutta, soleiðis at tað er líka langt báðu megin. 3. Ger eitt “P” við at leggja høgru síðu av tí langa bandinum yvir tað stutta. 4. Legg vinstru síðu yvir høgru. 5. Koyr tað vinstra undir krossin av høgra og tí stutta. 6. Hála vinstra bandið í gjøgnum P’ið og hála í báðar endar 7. Stramma til tú fært ein knút sum á myndini. 8. Ger tað sama sum pkt. 3-7, bara speglvent. Tvs. ger eitt speglvent P við at leggja vinstru síðu yvir tað stutta bandið. Legg so høgra yvir vinstra band. Koyr so bandið undir krossin av tí stutta bandinum og vinstru síðu. Koyr bandið gjøgnum tað speglvenda p’ið og hála í báðar endar. Endurtak pkt. 3-8 til tú skalt koyra eina perlu á.

3 9. Drag eina perlu á. Endurtak punktini omanfyri, men syrg fyri at perlan er inni í P’num 10. Knýt víðari og set perlur á, til armbandið næstan passar. Klipp høgra og vinstra band so tætt sum gjørligt og líma endarnar.

4

Lásið 11. Tak báðar endarnar á 6 tí stutta bandinum og legg teir saman í ein sirkul, so at teir liggja lið um lið. 12. Ger ein knút, sum tá tú byrjaði armbandið (pkt. 1-7) 9 13. Knýt nú sum tú gjørdi armbandið. 14. Knýt til tú passar armbandið. Klipp endarnar og líma. 15. Tú strammar armbandið við at hála í teir 12 leysu endarnar. Koyr eina perlu á hvønn enda og knýt, klipp endan og líma.

5

7

11

Ein videovegleiðing er her: www.youtube.com/ watch?v=I0SqmQNV2yU 11


Ein bundin púta Pútan er sera løtt og skjót at binda. Tú skalt brúka 6 noða til eina pútu, sum er 40x40cm til støddar. Eg havi brúkt Fritidsgarn, men Easy riggar eisini sera væl. Legg trý noða saman og kasta 24 eygu uppá stokk nummar 20. Bind 66 umfør aftur og fram (stiklavond). Seyma so síðurnar saman. Koyr pútuna í, og seyma endan saman.

12

Dvølja  

Dagdvøljur

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you