Page 1

CHRISTIAN ANDREASEN

1


2


EITT SINDUR UM MEG SJÁLVAN Politikkur hevur mín stóra áhuga. Sum advokatur havi eg fingið sera gott innlit í føroyska samfelagið. Haldi gongdin í føroyskum politikki seinastu árini hevur verið ræðandi. Sitandi samgonga hevur sjónliga mist tamarhaldið á fíggjarstýringini. Samstundis er hon við at máa støðið undan fiskivinnuni. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna. Saman við alivinnuni er hon grundarlagið undir okkara vælferð. Uttan tryggar karmar kunnu hvørki aliella fiskivinna í longdini yvirliva. Til at tryggja vælferðina og skapa trivnað og vøkstur í Føroyum er fyrsta

fortreytin, at vit hava støðug politisk viðurskifti og trygg fíggjarlig kor. Hvørki av hesum hava vit í dag. Í mínum arbeiði havi eg fingið hollan kunnleika til leiðsluviðurskifti og havi vanliga stóra ávirkan á tey viðurskifti, sum eg fáist við. Av lyndi eri eg semjusøkjandi, men slaki ikki í aðalreglum. Føroyar standa á einum vegamóti. Tí havi eg valt at stilla upp. Endamálið við hesum faldara er at greiða frá, hvørja støðu eg havi til nøkur av høvuðsmálunum, sum politiska skipanin skal taka støðu til komandi valskeið. 3


SJÚKRAHÚSINI EIGA AT FÁA HÆGSTU RAÐFESTING

4

Fyri øll hevur heilsan avgerandi týdning. Eitt vælvirkandi heilsuverk er ein fortreyt fyri góðum trivnaði. Sjúkrahúsverkið eigur tí at fáa hægstu raðfesting.

Politiski myndugleikin má gera sær greitt, hvat tað kostar at reka eitt nútímans heilsuverk, og peningur má játtast samsvarandi. Eg vil arbeiða fyri eini heilsunýskipan eftir hesum leisti:


•• Sjúkrahúsini skulu virka sum ein eind við sjúk­ linginum í miðdepilinum. Tey trý sjúkrahúsini skulu hava sergreinar, hvørt á sínum øki. •• Sjúkrahúsverkið skal gera avtalur við bestu sjúkrahús í Evropa um samstarv, starvs­ fólkamenning og sjúkraviðgerðir, so at ein rotatiónsskipan verður gjørd, sum í størst møguligan mun tryggjar, at førleikin verður verandi í Føroyum. •• Skjót útgreining og viðgerð mugu vera hornasteinar í almenna heilsupolitikkinum. •• Bíðitíðin hjá sjúklinginum skal styttast, og bíði­ listar eiga at verða almannakunngjørdir. Eisini skal tað vera lættari at vísa sjúklingum í bíðistøðu til privatar klinikkir at fáa viðgerð. •• Skráseting av dagliga virkseminum á sjúkra­ húsunum eigur at gerast betri, so at leiðslan fyri sjúkrahúsverkið fær neyðugu stýringsamboðini at leggja raksturin skynsamari til rættis. •• Sjúkrahúsverkið eigur at kanna, hvørjar uppgávur við fyrimuni kunnu bjóðast til privat at útinna.

5


TAÐ ER OKKARA SKYLDA AT TRYGGJA GOTT LÍV Á ELDRI ÁRUM Okkara eldru løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag. Tað er okkara sjálvsagda skylda at tryggja teimum eitt gott og virki lív á eldri árum. Eg vil virka fyri: •• at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattafrítt. •• at bøtt verður um bústaðar­ møguleikarnar hjá teimum eldru. •• at øll aldursdiskriminering verður avtikin, m.a. aldursmark um fráfaringaraldur. 6

•• at tað altíð loysir seg hjá øllum, eisini eldri, at arbeiða longst og mest møguligt. •• at pensjónin skal ávirkast minst møguligt av eyka inntøku fyri arbeiði. •• at fleiri eldrabústaðir vera fyri lægst møguligan prís. •• at loyvt verður felagsskapum (og ikki bert tí almenna) at byggja eldrabýli, sum eldri kunnu keypa og selja eftir tørvi.


ÚTGJALD ÚR SAMHALDSFASTA SKAL VERA SKATTAFRÍTT

ÚTGJALD ÚR SAMHALDSFASTA SKAL VERA SKATTAFRÍTT

7


SO BÍLIGA OG REINA ORKU SUM MØGULIGT Umhvørvið verður týðandi táttur í føroyskum politikki framyvir.

•• at nýggj umhvørvislóg ásetur greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Vit skulu verja nærumhvørvið, so vit varðveita Føroyar sum eitt av heimsins reinastu londum.

•• at tað almenna stuðlar tiltøkum at minka CO2 útlátið.

Eisini ræður um at minka útlátið av CO2.

•• at Føroyar gerast fyrimynd við grønum loysnum, sum tó ikki dýrka neyðugu orkunýtsluna hjá lágløntum.

Marknaðarføring av Føroyum sum heimsins reinasta land hevur stóran týdning fyri útflutnings- og ferðavinnuna. Tað almenna og vinnan mugu saman orða umhvørvispolitikkin. Vit mugu brúka vit og skil, tá ið orkupolitikkurin verður lagdur til rættis. Eg vil virka fyri: •• at samanseting av kolvetni og varandi orkukeldum verður skilvís. 8

•• at byggikunngerðin verður dagførd fyri at minka orkunýtsluna í sethúsum og vinnubygningum. •• at politiski myndugleikin saman við vinnuni ger veruliga ætlan fyri at minka um útlát og plastdálking á sjógvi og landi. •• at tað almenna stuðlar træplanting, sum fremur tøku av CO2-útlátinum.


VIT SKULU VERJA NÆRUMHVØRVIÐ, SO VIT VARÐVEITA FØROYAR SUM EITT AV HEIMINS REINASTU LONDUM

9


DAGFØRDUR VINNUPOLITIKKUR - LUNNAR UNDIR FRAMBURÐ 10

Vøkstur í búskapinum er besti vegur til økta vælferð.

nútíðarhóskandi og tekur støði í framtíðaravbjóðingum.

Vinnupolitikkurin varð seinast dagførdur í 2005, og tíðin er komin at endurnýggja politikkin, so hann bæði er

Tað er avgerandi, at vit føra forútsigiligan vinnupolitikk og harvið tryggja støðugleika uttan áhaldandi politiska uppíblanding.


betri gagnnýtslu av KT, menning av nýskapan, dugnaligari leiðslu og betri arbeiðsgongdum.

Eg ætli mær at virka fyri: •• at tað almenna dagførir vinnu­ politikkin við støði í OECDtilmælinum.

Í løtuni brúka almennu Føroyar yvir 100 mió. kr til verkætlanina Talgildu •• at atlit verða tikin til orðaða Føroyar uttan at hava greiða ætlan vinnu­politikkin í øllum politiskum fyri, hvussu almennu stovnarnir skulu avgerðum og í teirri lóggávu, sum gagnnýta hesa stóru íløgu. Hetta má verður smíðað. greiðast skjótast gjørligt.

Vit eiga at nýta leistin hjá OECD: (1) at lata kapital og arbeiðsmegi verða brúkt, har hesi skapa størst møguligt avkast, og (2) at stuðlað verður undir menning av produktivitetinum hjá tí einstaka og einstøku fyritøkuni. Serliga við

Politisk ynski um at javna fram­ leidd virði eiga ikki at føra til øðrvísi vinnupolitikk. Í staðin eigur burðardyggur skatta- og avgjalds­ politikkur at verða brúktur til at býta virðini millum borgararnar í samfelagnum. Býtispolitikkur skal ikki fremjast við at forða vinnu­ fyritøkum at taka skynsamar og vinnu­liga rættar avgerðir fyri bestu framleiðslur.

•• at tryggja vinnuni góðar karmar, so hon altíð er kappingarfør, lønandi og kemur flest møguligum til góða. •• at allir borgarar hava somu lógar­ tryggjaði rættindi at taka lut í vinnuligum virksemi. •• at skynsamar einskiljingar av almennu partafeløgunum verða settar í verk.

Besti hátturin er at lata marknaðin fáa frið, og lata hann virka sambært generellum ásetingum, sum er trygd móti politiskari smálutastýring. 11


FISKIVINNAN MÁ HAVA TRYGGAR KARMAR •• at skipanin við menningarkvotum •• at útlendingar kunnu eiga upp Eg ætli mær at virka fyri, at fiski­ til 33%, tó skulu reglurnar vinnan verður skipað eftir leisti, har verður avtikin. Leistur verður farið verður frá uppboðssøluskipan gjørdur fyri tey, sum hava fingið um eftirlit av hesum marki tillutað menningarkvotur, soleiðis endurskoðast og herðast. til avgjaldsskipan. Eg vil virka fyri: at teirra rættindi verða tryggjaði. •• at ásett verða eigara­avmark­ •• at uppboðssølan verður avtikin, ingar, sum veita ávísa spjaðing av og at skip fáa 12 ára loyvir. •• ásett verður hóskandi tilfeingis­ Nýggjum aktørum verður gjald, sum eisini tryggjar, at ognarskapinum í fiskivinnuni. vinnan framhaldandi hevur lønandi tryggjað atgongd til vinnuna rakstur og sum eggjar til nýíløgur. gjøgnum umsetiliga skipan.

12


13


UNGDÓMURIN SKAL TRÍVAST OG MENNAST

14


Ungdómurin er okkara størsta tilfeingi og framtíð okkara. Góðar umstøður fyri útbúgvingum, virkni og frælsi skal vera málið fyri ungdómin. Tað fara nógv ung fólk av landinum. Tey verða í ávísan mun slept upp á fjall, meðan tey eru uttanlands í lestrar­ ørindum, og vit duga ikki nóg væl at gera tað lokkandi hjá teimum at koma heimaftur at seta búgv her. Eg vil virka fyri: •• at vit í størst møguligan mun seta á stovn viðkomandi útbúgvingar í Føroyum, so talið av ungum, sum hvørt ár flyta av landinum, lækkar. •• at miðnámsnæmingar skulu hava nøktandi fíggjarkor, t.e. hóskandi lestrarstuðul og møguleika fyri bíligum bústaði í lestrartíðini.

•• at tað almenna skal stuðla privatari bygging av lestrarbústøðum. Tað almenna megnar ikki einsamalt at loysa allan íbúðartørvin, so privat vinnurekandi mugu virka á sama borð. •• at lóggávan um lutaíbúðir verður broytt soleiðis, at vit eisini fáa henda bústaðarformin at virka í Føroyum. •• at tey ungu, sum flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur, fáa tilboð um leigubústað innan 6 mánaðir eftir heimkomu.

•• at stuðla verður undir at ung eisini velja yrkisútbúgvingar. 15


FJÁLGAST SKAL UM FAMILJUNA

16


Familjan er grundvøllurin í okkara samfelagi. Tryggir karmar kring familjuna eru tí heilt avgerandi fortreyt fyri, at vit hava eitt gott og vælvirkandi samfelag, sum byggir á vestur­lendsk virðir. Eg vil virka fyri: •• at foreldur í sjálvsagda rættinum til barnansing, harumframt kunnu velja um børnini skulu ansast heima ella á stovni,

soleiðis at ansingarkostnaðurin fylgir barninum heldur enn stovninum. •• at barsilsfarloyvið verður longt til 12 mánaðir við løn, og barsilsgjaldið verður hækkað samsvarandi hesum. •• at yngri sum eldri fáa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar. 17


SKYNSAMUR FÍGGJARPOLITIKKUR SKAL KJØLFESTAST Í hesum samgonguskeiðnum er árligi almenni raksturin øktur við slakari milliard krónum, t.e. 250 mio. kr. árliga. At fíggja hendan risa útreiðsluvøkstur eru metstór avgjøld løgd á útflutnings­ vinnurnar. Uttan hesi avgjøld hevði lands­ kassin havt risahall. Um afturstig vera í vinnuni, fer hetta at raka lands­kassan og harvið vælferðina sera hart. Óforsvarligur búskaparpolitikkur setur vælferðina í vanda. Tí er alneyðugt at fáa langtíðar haldføri í fíggjarpolitikkin. 18

Hetta fremja vit best við at skapa karmar fyri øktum burðardyggum búskaparvøkstri. Alivinnan hevur víst vegin við milliarda íløgum grundað á tryggar karmar síðani 2003. Samsvarandi tryggir karmar um fiskivinnuna kunnu skapa framhaldandi framburð. Okursgjøld á vinnuna gera okkum øll fátækari, sum frá líður.


Fíggjarpolitikkurin skal leggjast eftir hesum leisti: •• Yvirskot skal vera á fíggjarlógini – í góðum tíðum stórt yvirskot. •• Skuldin hjá landskassanum skal minkast.

•• Skattaskipanin skal eggja til, at tað •• Langtíðarætlanir eiga ikki at verða loysir seg at skapa samfelagsvirði nervaðar av stutttíðarsveiggjum við arbeiði og íløgum. í búskapinum, og politiska málið eigur at vera at fáa •• Flatskattaskipanin skal varðveitast, langtíðarhaldføri í búskapin. meðan botnfrádrátturin hjá kommununum eigur at hækka, •• Føroyska vinnulívið skal hava tryggar karmar at arbeiða undir, so fólk við lágum inntøkum fáa og okkara skattaskipan má vera veruligan skattalætta. kappingarfør við útheimin. •• Játtanir til ymsu vælferðarøkini skulu tillagast virkseminum, men krøv skulu setast til bøtt framleidni eitt nú við at gagnnýta Talgildu Føroyar.

19


FØROYAR SKULU HAVA ALTJÓÐA VIÐURKENNING Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar skulu endurskoðast. Heimastýrislógin hevur virkað í meira enn 70 ár. Í 2005 varð lógin víðkað við yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini. Sambært verandi skipan kunnu Føroyar yvirtaka øll málsøki undantikið tey, sum eru karmarnir um ríkiseindina. Verandi skipan millum Danmark og Føroyar hevur forðingar við sær á

20

altjóða pallinum - heimildirnar eru ov avmarkaðar. Tí skulu vit skjótast undir samráðingar við danir, við tí endamálið at Føroyar fáa altjóða viðurkenning. Eg ætli mær at virka fyri: •• at gjørd verður ein nýskipan við Danmark, sum tryggjar Føroyum altjóða viðurkenning, samstundis

sum vit vera í felagsskapi við Danmark sum javnbjóðis partar. •• at Føroyar gjøgnum hesa viður­ kenning fáa limaskap í ST og øðrum altjóða felagsskapum, eitt nú olympisku nevndini, so føroysk ítróttafólk á øllum stigum kunnu luttaka undir Merkinum.

Profile for Christian Andreasen - Fólkaflokkurin

Christian Andreasen Fólkaflokkurin 2019  

Christian Andreasen Fólkaflokkurin 2019  

Profile for cfa2019