Leigubústaðir
1
Leigubústaðir til føroyingar kring alt landið Føroya einasta bústaðafelag, Bústaðir, fer nú til verka at veita leigubústaðir til føroyingar kring alt landið, so fleiri og betri bústaðir verða til allar samfelagsbólkar. Vit vilja skapa vælvirkandi býlingar og bústaðaumhvørvi kring landið og soleiðis arbeiða fyri at røkka teimum málsetningum, sum Føroya Landsstýri hevur stungið út í kortið í Bústaðapolitikki Landsins: at útvega, veita og reka hóskandi bústaðir til føroyingar. Vit hava sett okkum sum mál at veita 100 leigubústaðir um árið næstu 5 – 7 árini, tí vit kunnu staðfesta, at áhugin fyri almennum leigubústøðum er stórur. Bústaðir vilja vera ein týðandi leikari á føroyska leigu bústaðamarknaðinum í framtíðini til gagns fyri føroyingar og føroyska samfelagið. At búgva til leigu í einum almennum bústaðafelag merkir, at tú býrt til leigu undir væl skipaðum viðurskiftum. Fyri at koma á bíðilistan til eina leiguíbúð frá Bústøðum skalt tú fara inn á heimasíðu okkara og fylla út umsóknar blaðið har.
www.bustadir.fo
Fyri at koma á bíðilistan til eina leiguíbúð skalt tú fara inn á heimasíðu okkara og fylla út umsóknarblaðið har
Umsó
3
www.bustadir.fo
Mangan spurt Vit hava savnað summar av teimum vanligastu spurningun um, sum vit fáa um Bústaðir og íbúðirnar, sum vit fara at leiga út. Spurningarnir eru skipaðir í tveir bólkar: Áðrenn tú fært eina íbúð, og aftaná at tú hevur fingið eina íbúð
5
Hvat eru Bústaðir? Bústaðir eru eitt nýtt bústaðafelag, sum kortini hevur eina langa søgu í føroyska samfelagnum. Húsaláns grunnurin, sum varð stovnaður í 1964, skifti í 2012 navn til Bústaðir, eftir at Landsstýrið frammanundan hevði broytt lógargrundarlagið undir grunninum, so hann kundi fara undir at byggja og reka leiguíbúðir kring alt landið. Hvat er eitt bústaðafelag? Eitt bústaðafelag eigur og rekur leigubústaðir. At búgva til leigu í einum almennum bústaðafelag merkir, at tú býrt undir væl skipaðum viðurskiftum.
Áðrenn tú hevur fingið eina leiguíbúð
Hvussu fái eg eina leiguíbúð? Fyri at fáa atgongd til at søkja um hesar leigubústaðir, so er ein treyt, at tú teknar teg sum lim í bústaðafelagnum. Hetta skal gerast á heimasíðu okkara. Har fært tú eisini vegleiðing um, hvussu tú skalt gjalda fyri limaskapin. Hvussu komi eg á bíðilistan? Tú skalt fylla umsóknarblaðið á heimasíðuni út og gjalda 200 krónur fyri uppskrivingina. Limaskapurin er staðfestur, tá limagjaldið er goldið. Tá tín limaskapur í bústaðafelagnum er staðfestur, kemur tú sjálvvirkandi á bíðilistan við teimum ynskjum, sum tú hevur um bústaðin, eitt nú stødd á bústaði, hvar í landi num bústaðurin er, o.s.fr. Nær kann eg í fyrsta lagi koma á bíðilistan? Tikið verður ímóti umsóknum til limaskap í bústaðafelag num frá 2. september 2013 at rokna. Allar umsóknir, sum koma inn í tíðarskeiðinum frá 2. til 30. september verða skipaðar tilvildarliga við lutakasti á ein bíðilista, so øll verða javnsett fyrstu tíðina. Allar umsóknir, sum koma eftir 30. september fara aftast á bíðilistan.
www.bustadir.fo
SEPTEMBER 2013
SEPTEMBER 2013
til
Tekna limaskap og fá fyrimun
frá 2. til 30. september á www.bustadir.fo
til
Hvussu er bíðilistin skipaður? Arbeitt verður við tveimum bíðilistum, einum uttanhýsis bíðilista og einum innanhýsis bíðilista. Teir limirnir, sum frammanundan búgva hjá bústaðafelagnum kunnu koma á innanhýsis bíðilistan, meðan tey, sum søkja limaskap uttanífrá koma á uttanhýsis bíðilistan. Sostatt hava limir, sum frammanundan búgva hjá bústaðafelagnum ein fram íhjárætt at flyta í annan bústað hjá bústaðafelagnum, eitt nú um viðkomandi kundi hugsað sær eina størri íbúð enn viðkomandi frammanundan býr í. Treytirnar fyri framí hjárættinum eru, at alt húskið flytur, soleiðis at verandi bústaðurin verður tøkur, og at viðkomandi hevur leigað frá bústaðafelagnum í minst tvey ár. Í fyrsta umfari koma øll, sum tekna seg sum lim í bústaða felagnum, á uttanhýsis bíðilistan. Summir serligir bíðilistar verða eisini, eitt nú lestraríbúðir, eldraíbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi. Ein gjøllari frágreiðing um, hvussu bíðilistarnir eru skipaðir, kann lesast á heimasíðu okkara. Noyðist eg at melda meg til av nýggjum, hóast eg havi verið á bíðilista hjá Húsalánsgrunninum fyrr? Ja, Bústaðir eru eitt nýtt felag við nýggjum virksemi og yvirtaka sostatt ikki møguligan eldri bíðilista frá tí farna Húsalánsgrunninum, kommunum ella øðrum stovnum. Øll, sum eru áhugað at koma á bíðilista til eina íbúð frá Bú støðum, mugu melda seg sum lim í nýggja bústaðafelag num á heimasíðu okkara.
Hvussu fái eg skjótast tilboð um ein bústað? Um tað bert ræður um at fáa eitt stað at búgva skjótast gjørligt, skalt tú skriva teg upp til fleiri bústaðir – eisini teir, ið tú ikki hevði raðfest frammarlaga. Tú kanst, tá tú hevur tikið av tilboð um ein bústað, síðani skriva teg upp til annan bústað, tí eftir 2 ár í verandi íbúð hevur tú framí hjárætt til ein annan bústað í bústaðafelagnum. Hvussu nógv ár skal ein vera fyri at skriva seg upp? Ein skal vera 15 ár fyri at kunnu tekna seg sum lim í bústaðafelagnum og sostatt koma á bíðilista til ein leigu bústað. Hvat kostar limaskapurin? Øll, ið vilja á uttanhýsis bíðilistan skulu rinda eitt upp skrivingargjald á 200 krónur. Eftir tað skalt tú eina ferð um árið gjalda eitt ársgjald á 150 krónur fyri at halda títt pláss á bíðilistanum, óansæð um tú vilt hava ein bústað nú ella seinni. Ein leigari, sum vil flyta í annan bústað í bústaðafelagnum, skal eisini gjalda 200 krónur fyri at verða skrivaður á innan hýsis uppflytingarbíðilistan og eftir tað gjalda ársgjald á 150 krónur fyri at standa á hesum bíðilista. Eina ferð um árið senda vit inngjaldskort út við eini tíðar freist at gjalda umsitingargjaldið. Tað er ábyrgd umsøkjar ans at gjalda umsitingargjaldið, og avleiðingin kann vera, at umsøkjarin verður tikin av listanum, um viðkomandi ikki hevur goldið, áðrenn tíðarfreistin er farin. Tí er tað sera umráðandi, at tú boðar okkum frá, um tú skiftir bústað, so at vit kunnu senda inngjaldskortið á rætta stað. 7
www.bustadir.fo
Íbúðirnar eru í høvuðsheitum ætlaðar øllum, men serligar íbúðir eitt nú til lesandi, eldri fólk og fólk við serligum tørvi verða eisini bygdar
Hvat verður leigukostnaðurin á íbúðunum? Leigukostnaðurin er ikki ásettur enn, men endalig leiga verður ásett sambært stødd á íbúðini og øðrum viður skiftum, sum kunnu vera ymisk frá býlingi til býling. Eitt yvirlit yvir allar leiguupphæddir verður tøkt á heimasíðuni hjá Bústøðum, so skjótt hesar eru kendar. Yvirlitið verður dagført, so hvørt leiguíbúðir verða bygdar og leigu kostnaðirnir verða klárir. Hvar í landinum verða leiguíbúðirnar? Bústaðir vilja virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møgu leika fyri at útvega sær ein bústað, tí verður miðað ímóti at hava bústaðatilboðini har, sum fólk hava tørv á teimum. Bústaðir fara at reka leigubýlingar í øllum høvuðsøkjum í Føroyum. Hvussu leingi kann eg vera á listanum? Tað er einki tíðarmark á, hvussu leingi tú kanst vera á bíði listanum til ein bústað, so leingi tú rindar kostnaðin fyri at verða verandi á bíðilistanum. Kann eg standa óvirkin á bíðilistanum? Ja, tú kanst velja at standa óvirkin á bíðilistanum. Tú skalt bara boða Bústøðum frá hesum. Hetta er ein góður møguleiki, um tú ikki hevur tørv á einum leigubústaði her og nú, men vilt vera á bíðilistanum uttan at noyðast at siga nei til fleiri bústaðatilboð. Sum óvirkin limur skalt tú framhaldandi gjalda kostnaðin fyri at vera á bíðilistanum. Tú kanst altíð boða frá, at tú vilt gerast íbúðasøkjandi aftur, um tørvurin/støðan broytist.
Hvussu skal ein bera seg at sum pør ella hjún? Títt pláss á bíðilistanum er persónligt og kann ikki yvir takast av øðrum. Vil hjúnafelagin ella sambúgvin eisini standa á bíðilistanum, skal viðkomandi tekna seg sum lim í bústaðafelagnum. Fara tú og makin frá hvør øðrum, og tit eiga felags barn/ børn undir 18, hevur tann parturin, ið flytur úr íbúðini, framíhjárætt til eina íbúð í 1 ár, eftir at samlívið endar. Hesin forrættur er bert galdandi, um tit hava búð saman á sama leigumáli hjá okkum í minst 2 ár, og tú mást boða bústaðafelagnum frá broyttu umstøðunum fyri at brúka hendan framíhjárætt. Noyðist eg at taka av tí fyrstu íbúðini, sum verður bjóðað mær? Nei, tú kanst takka nei upp í fimm ferðir, men so noyðist tú at taka av. Sigur tú nei til sætta bústaðatilboðið, endar tú aftast á bíðilistanum. Tað er gott at gera sær greitt frá byrjan, hvar ein vil búgva, og hvat hóskar best til tann tørvin, sum ein hevur. Á tann hátt kann ein tryggja sær, at ein fær bjóðað eina íbúð, sum lýkur tey krøvini, ein hevur. Hvussu stórar eru íbúðirnar? Íbúðastødd og snið eru ymisk frá býlingi til býling, men miðað verður ímóti at hava eitt breitt úrval av stødd og snið, sum eisini endurspeglar tørvin í samfelagnum. Tú kanst søkja um so stóran bústað, ið tú vilt. Hvørjum eru íbúðirnar ætlaðar? Íbúðirnar eru í høvuðsheitum ætlaðar øllum, men serligar íbúðir eitt nú til lesandi, eldri fólk og fólk við serligum tørvi verða eisini bygdar. 9
Hvussu leingi kann eg búgva í íbúðini? Einki tíðarásett mark er fyri longd av leigutíðarskeiði. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst leiga íbúðina, so leingi tú hevur tørv á henni, og annars heldur allar galdandi reglur og ásetingar fyri leigumálið. Kann eg flyta í aðra íbúð, um eg vil tað? Sum limur í bústaðafelagnum hevur tú møguleika at koma á innanhýsis bíðilista, sum merkir, at tú hevur framíhjárætt til aðrar íbúðir í tínum býlingi, tá hesar verða tøkar. Tú hevur harumframt ein líknandi framíhjárætt til íbúðir í øðrum býlingum hjá bústaðafelagnum, men aftan fyri tey, sum búgva í teimum býlingunum. Tú kanst lesa meira um, hvussu bíðilistarnir virka á heimasíðu okkara.
Aftaná at tú ert vorðin limur í bústaðafelagnum
Kunnu leigarar skipa seg í lokal íbúðafeløg? Ja, leigarar í einum býlingi kunnu skipa seg í leigarafeløg og fáa góða ávirkan á viðurskiftini í teirra býlingi. Havi eg skyldu at halda økið rundanum? Sum leigari í bústaðafelagnum hevur tú vanliga bert ábyrgd av viðlíkahaldi í tíni egnu íbúð. Alt annað størri viðlíkahald so sum umvælingar og viðlíkahald av felagsøkjum taka umsjónarfólk hjá bústaðafelagnum sær av. Tó kunnu lokal íbúðafeløg skipa seg øðrvísi. Verða felags reglur og viðtøkur fyri býlingarnar? Ja, serligar viðtøkur verða gjørdar, sum áseta reglur fyri býlingarnar. Hesar verða ymiskar frá býlingi til býling, men allar verða tøkar á heimasíðu okkara. Kann eg hava húsdjór? Summastaðni verður loyvt at hava húsdjór og aðrastaðni ikki. Djór í búri ella akvarium eru ikki at rokna sum húsdjór, so hesi eru loyvd í øllum íbúðunum. Hvussu skal eg gera, um eg vil siga leiguíbúðina frá mær aftur? Tú skalt skrivliga boða bústaðafelagnum frá við einari uppsagnarfreist á tríggjar mánaðir. Tú fært síðani eina skrivliga váttan um uppsøgnina.
www.bustadir.fo
Summastaðni verður loyvt at hava húsdjór
11
www.bustadir.fo
Fyrstu fetini Hendan myndin lýsir alla gongdina frá upptøku á bíðilista, til leigarin flytur úr íbúðini
1
2
3
4
Uppskriving
Bústaðatilboð
Leigusáttmáli
Útflyting
Tú kemur á bíðilistan
ú fært tillutað íbúð T skrivligt eftir tíðar skeiði, tú hevur verið á bíðilistanum
Leigusáttmálin verður undirskrivaður
ú sendir skrivliga T uppsøgn av leigumáli num til bústaðafelagið
ú fært upplýsingar T um húsaleigu, plan tekningar, telefon nummar hjá um sjónarmanni
ú rindar leigu fyri T fyrsta mánaðin um framt depositum
að er 15 ára T aldursmark Tú rindar uppskrivingargjald og árligt gjald
ú fært eina freist at T svara tilboðnum ú verður tikin av T bíðilistanum, tá tú tekur av bústaða tilboði
L eigusáttmálin er løg frøðiliga bindandi
Lyklarnir verða handaðir tær á inn flytingardegnum L eigari og umboð frá Bústøðum sýna íbúðina jørdur verður ein G mangullisti yvir møgu ligar manglar og brek ú hevur møguleika at T skriva teg á innanhýsis bíðilista
ú hevur 3 mánaða T uppsagnarfreist ú fært skrivliga T váttan um uppsøgnina ildið verður eitt frá H flytingarsýn ú letur lyklarnar aftur T til bústaðafelagið m neyðugt verða U umvælingar gjørdar í íbúðini rigið verður av tínum D depositum, um annar skaði enn vanligt slit og elli er á íbúðini
13
www.bustadir.fo
Miðað verður ímóti at hava eitt breitt úrval av stødd og snið av bústøðum, sum eisini endurspeglar tørvin í samfelagnum.
Samband Hevur tú spurningar, sum ikki verða svaraðir í hesum bóklingi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Bústaðir – Føroya bústaðafelag Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 100 Tórshavn Tel. +298 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo
Upplatingartíðir Mánadag til hósdag Fríggjadag
kl. 10:00 – 16.00 kl. 10:00 – 15.00
15
Yviri vi冒 Strond 6 Postsmoga 215 110 T贸rshavn
Tel. +298 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo