Page 4

4

SJÓGVUR & FÓLK — #5

EIVIND JACOBSEN

Fleiri bátar avreiddu til TG Seafood í Hvalba hendan dagin í juli.

Rógva út frá Hvalba

Gera klárt til makrel og sild á heimsins mest framkomna frystivirki

Eivind Jacobsen

EIN GÓÐAN DAG í juli vóru vit á havnarlagnum í Hvalba, tá snellubátarnir komu at avreiða til TG Seafood. Avtala er at flakavirkið tek­ur ímóti um kvøldið mill­um klokkan 7 og 9. Fyrsti maður við sóu var hvalb­ingurin Bjarki Berg, sum hevði loyvi í bóki 5B, fyri part­tíðar riknar útróðrar­bátar; hann harmaðist um at hann slapp ikki út við báti sínum ‘Sjó­riddarin’, tí bólkur 5B var lagdur. Men har var so ikki nógv at gera við tað, annað enn at bíða. At ganga hendur í lumma fekk hann seg ikki til, so hann hjálpti til við at landa og lempaði ís í kassarnar sum skuldu umborð til næstu túrar. Tað hevur verið góður fiskiskapur vestan fyri suður­oynna í summar, og fleiri bátar hava roynt har við snellu, nakr­ar fáar fjórðingar vestanfyri. Við teimum flestu av bát­un­um hevur bara ein maður ver­ið. Ein bátur hevði verið úti í tveir dagar og kom inn at landa 3.700 pund, mest toskur, stórur toskur. Hetta var einasti bátur mannaður við ung­um monnum. Við vóru faðir og sonur. Teir royndu vestanfyri og teir sova umborð. Teir høvdu fingið na­ kað av fiski líka til midnátt fyrsta dagin, kanska góð 300 pund fram móti midnátt. Tá er svøvnurin ikki nógvur. Hinir bátarnir høvdu eis­ini væl brúkiligt fiskarí. Teir sum mannaðu hesar vóru eldri menn um 75 ára aldur. Tann ið hevði mest fyri dagin hevði 1.700 pund, næstan alt stórur toskur. Fleiri av bátunum sum av­reiddu í Hvalba hendan dagin vóru av Tvøroyri. Orsøkin til at teir landaðu í Hvalba var at nú teir rógva út vestanfyri, verður teinurin at sigla nógv styttri, og teir spara við hesum ein tíma hvønn vegin. Við snellu verður fiskað í dagsljósi, so tá dagarnir eru langir og veðrið gott, eru tveir tímar nógv at spara. Fiskiskapurin hevur verið góður, og tað mundi gera sítt til at lagið var gott á monn­um. [] Heldur lempa ís enn at ganga hendur í lumma.

Skjótt eru tær nýggju flakalinjurnar hjá Varðanum Pelagic eisini klárar at taka í nýtslu aftaná at virkið aftur byrjaði at taka ímóti uppsjóvarfiski til innfrysting fyri einum ári síðani; seinni kemur surimiverksmiðjan—men nú er tíð til makrel og sild. hon skal. Uppsjóvarvirkið var sum so klárt fyri einum ári TÍ VELDIGA frysti­ síðani til og kundi taka ímóti virkinum á Tvøroyri— fiski til innfrysting­a r og arb­ sambært upplýsingar eiða rættiliga skjótt undan; heimsins mest framkomna av skeri­linjurnar vóru ikki lindar sínum slag—gongur framá tá men verða tað væntandi í við at installera og fínstilla tær september, skilst. nógvu teldustýrdu maskinurn­ “Tað gongur rættan veg,” ar, soleiðis at framleiðslan segði framleiðsluleiðarin Ól­ kann koma upp á tað stig sum av­­ur Bjarkhamar tá vit tos­ aðu við hann seinast, um miðj­an august. “Nú byrjar jú makreltíðin, og bátarnir fara eisini at royn­a eftir sild sam­ stundis, so vit eru klár nú at taka ímóti makreli og sild. ĺ fyrstu syftu er tað heilfrysting, men nú verða flakalinjurnar Eivind Jacobsen & Búi Tyril

EIVIND JACOBSEN

Á

w w w

.SJOGVUR

o g

FOLK.

c o m

væntandi klár­ar at taka í nýt­ slu um miðjan september ella har á leið, og aftan á fáa vit jú gjørt meira við fiskin.” Varðin Pelagic hevur koyrt nú í umleið eitt ár síðan virkið varð bygt uppaftur aftan á eld­in í 2017. Virkið er so stórt sum 11.400 fermetrar tilsamans. Av hesum eru umleið 1.000m 2

Profile for Nordixis

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Profile for buityril7