Page 14

14

SJÓGVUR & FÓLK — #5

Í eygsjón: Fríhandilsavtala Føroyar er eitt sera sterkt vørumerki í Russlandi, okkara nógv størsta útflutningsmarknað—men tað er neyðugt nú at fáa fríhandilsavtalu við Russland og hini londini í EABS, áðrenn kappingin kemur í gongd har. Jón Thorsteinsson & Búi Tyril

F

ØROYAR HAVA í løt­ uni góðar vónir um at fáa eina fríhandilsavtalu við Eur­ asiatiska Búskaparliga Sam­ veldið (EAEU—Eurasian Economic Union), eitt nýtt og stórt búskaparligt sam­veldi í Eyst­ u r Europa og Norður Asia. Russiska Ríkja­samband­ ið, ið er tað størsta landið í EABS, hevur í nøkur ár verið okkara týdningarmesti út­ flutningsmarknaður, og ein formlig avtala um fríhandil við EABS hevði kunnað við­ virkað til at framtíðartryggjað okkara handilsviðurskifti við Russland og hini londini í EABS, umframt at ein slík avtala hevði givið møguleikar fyri breiðari vinnuligum og øðrum samstarvi. Sjógvur & Fólk hevur tosað við sendimann Føroya í Russ­ landi, Hákun J. Djurhuus. EAEU varð stovnað fyri bert fáum árum síðani, og kann tí sigast at vera ein nýggj­ur spælari á altjóða palli­ num. EABS londini eru fimm í tali sum nú er, og landaøkið ið londini fevna um er ovur­ stórt, eins og talan er um so nógvar íbúgvar sum góðar 183 milliónir. Og nevnast kann at hetta samveldið hevur bæði felags flagg og limamerki. Tá tað kemur til samhand­ il millum hetta búskaparøkið og onnur lond, hava Føroyar á ein hátt verið við frá byrjan og hava skapt sær eina serstøðu á hes­u m marknað vegna okk­ ara stóra útflutning til Russ­ lands; men tað skerst ikki burt ­u r at tað er neyðugt hjá

Før­oyum, so ella so, at røkka ein­um tryggum og støðugum handils­sambandi við hendan nýggja felagsskap. “Tað sum formliga er øðr­ vísi í mun til støðuna sum hon var fyrr, er at nú hevur tú ikki bara við Russland at gera,” segði Hákun Djurhuus. “Nú hevur tú Kazakhstan, Kyrgyzstan, Armenia og Hvítarussland inni í myndini eisini, so nú arbeiða vit yvir fyri øll­um blokkinum.” Hákun legði afturat at EABS londini hava eina toll­ samgongu, og at tey arbeiða fram ímóti tættari sínamil­ lum búskaparligum samstarvi. “Hatta er ein felags marknaður sum ikki minnir sørt um ES,” vísti hann á. SEMJUSKJAL Í 2017 var landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, á arbeiðsferð í Russlandi, har fundur varð hildin við russ­iska Uttan­rík­ is­ráðið í Moskva og við Russ­ iska Ríkjasambands Hand­ ils- og ĺdnað­a r­k amarið (RF CCI). Harafturat luttóku føroysk­a r fyritøkur í stóru al­ tjóða mat­vøru­messuni World Food Moscow. Og nú hava Føroyar verið í samráðingum við EABS í eina tíð. “Ein samráðingargongd um so viðfevnandi viðurskifti sum handil og samstarv mill­ um lond tekur tíð, og tað skal vera semja millum limalond­ ini í EABS um fríhandilssátt­ málar við onnur lond, men har er avgjørt áhugi fyri tættari sam­starvi við Føroyar,” segði Hákun Djurhuus víðari.

Í fjør varð eitt týðandi stig tik­ið á leiðini ímóti einari frí­ handilsavtalu við EABS, tá eitt semjuskal, eisini nevnt eitt MoU (Memorandum of Understanding) varð undir­ skrivað í Føroyum av Poul Michelsen uttanríkisráðharra og Tatianu Valovaya, idnaðar­ málaráðharra fyri EABS. ĺ skjalinum staðfesta báðir part­ ar at teir vilja arbeiða víðari fram ímóti tættari samstarvi. “Hetta semjuskalið er eitt týdn­i ngar­m ikið grundstøði undir arbeiðinum fram ímóti ein­um formligum frí­handils­ sátt­mála, ið vónandi kem­ur se­ inni,” segði Hákun Djurhuus. NULL TOLL Sendimaður Føroya í Russ­ landi er nú eisin góðtikin sum sendimaður í øllum EABS londunum, og Hákun Djurhuus hevur havt fundir við hini londini í samgonguni og er eisini í fer við at vitja tey. “Teirra støða til tættari samstarv við Føroyar er sera jalig uppá allar mátar,” segði hann. Ein felagsnevnd við um­ boðum fyri Føroyar og EABS londini er eisini sett, og part­ arnir hava avtalað at hitt­ ast eina ferð um árið. Fyrsti fund­ u r í nevndini—hildin tann 27. mai í Moskva, við umboðum fyri øll limalondini og Føroyar—varð skipaður við Tatianu Valovaya sum orðstýr­ ara (chair) og Poul Michelsen sum viðorðstýrara (co-chair). Har varð tosað um eina røð av møguligum samstarvs­ økj­um og avtalað at tann næst­i fund­u r­i n skal verða hild­i n

Poul Michelsen, uttanríkisráðharri, og Tatiana Valovaya, idnaðar­ málaráðharri fyri EABS (ovast); Frá felagsnevndarfundi í Moskva tann 27. mai, við umboðum fyri øll limalondini í EABS og Føroyar; Føroyingar taka lut á bókamessu í Moskva í desember 2018— Niels Jákup Thomsen og Urd Johannesen (niðast vinstrumegin).

í Før­oy ­u m komandi ár. Tá verða eisini vinnuumboð fyri øll EABS londini boðin við, sambært Hákun Djurhuus. Tann parturin verður skipaður sum eitt vinnuforum við síð­ una av tí formliga fundinum millum myndugleikarnar. “Hetta er ótrúliga spenn­ andi, tí fyri okkum eru fleiri av hes­­um marknaðunum púra ó­troytt­ir,” segði tann eld­hug­ aði sendimaðurin. Um tann ítøkiliga spurn­ ing­in um fríhandilssáttmála,

greiddi Hákun Djurhuus frá at ein fríhandilsavtala fer at trygg ­ja Føroyum markn­að­a r­ atgongd undir WTO reglum, tað vil siga, undir altjóða sam­ tyktum reglum og, ikki minst, ein fríhandilsavtala fer helst at innibera at ongar tollforðingar ella aðrar avmarkingar koma at vera á føroyskum vørum til EABS. BÚSKAPARFORUM Eitt ið EABS londini hava tikið stig til fyri at fáa í lag

Eurasiatiska Búskaparliga Samveldið (EABS) EURASIATISKA Bú­skap­ ar­liga Samveldið (EAEU— Eurasian Economic Union) varð stovnað í 2014-15 og hevur fimm limir. Umframt Russland, við góðum 146 milliónum íbúgvum, eru hesi londini limir í EABS: Hvítarussland (9,5 mió., Kazakhstan (góðar 17 mió.), Kyrgyzstan (uml. 6 mió.) og Armenia (3 mió.).

Tað búgva sam­b ært al­ menn hagtøl til­sam­a ns væl oman fyri 183 mió. í EABS, og brutto­t jóðar ­ú r ­t økan hjá sam­veld­in­um liggur um tað sum svarar til 1900 milli­ ard­ir US dollarar, sambært EAEUnion.org. EABS INNARI MARKNAÐUR: Eins og í ES byggir tann inn­a ri marknaðurin í EABS

á tey sonevndu fýra frælsini. Vør­ur, tænastur, kapitalur og fólk kunnu ferðast frítt um sín­á millum landamørkini hjá limalondunum í EABS. Har­afturat er talan um felags pol­itikk á fleiri økjum, eitt nú innan ídnað, landbúnað og orku, og møguleiki er fyri enn størri samskipan og inte­ gratión í framtíðini, til dømis inn­an gjaldoyra viðurskifti. []

Profile for Nordixis

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Profile for buityril7