Page 12

12

SJÓGVUR & FÓLK — #5

Alneyðugt fyri flakavirkir at gera íløgur í nýggja tøkni Meðan okkara gomlu flakavirkir ikki eru kappingarfør og ikki klára at endurnýggja seg, hava virkini í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni kunnað gjørt íløgur í nýggjari tøkni sum økir munandi um produktivitet og lønsemi. Eivind Jacobsen

T

EY ELSTU flakavirkini í Føroyum eru meira enn 60 ára gomul, og hetta er ein trupulleiki. Tað ber ikki til at inn­rætta gamlar bygningar optimalt, og vánaligt skiftisavlop ger at tað hvørki eru pengar til effektivar maskinur ella nýggjar bygningar. Seinnapartin av 1970unum og frameftir fingu vit flakavirki á hvørjum tanga. Tað vóru umleið 30 flakavirkir tá tey vóru flest. Nógv flakavirkir blivu bygd fyri at útvega arbeiði til bygdafólkið. At sjómarkið bleiv flutt út á 200 fjórðingar í 1970unum, og tey skip vit áttu ikki longur sluppu at fiska aðrastaðni, gjørdi at føroyingar noyddust at fiska undir Føroyum. Tað nýggjasta av hesum gomlu virkjum er tað sum Kjartan Joensen í Leirvík bygdi, har Norðfra heldur til ídag. Tað sum hevur týdning á einum flaka­ virki er tó ikki aldurin á bygninginum. Alt­ avgerandi eru tær maskinur sum eru tøkar á virkinum og plássið at seta tær á. Ídag eru munandi færri fiskavirkir enn tað vóru fyri sig 35 árum síðan. Kósin i Klaksvík, Faroe Origin í Runavík og Delta á Tvøroyri eru tey sum keypa so at siga allan upsan sum verður fisk­aður undir Føroyum. Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu framleiða saltfisk; Faroe Origin á Toftum er eisini farin at framleiða saltfisk. Tavan í Leirvík framleiðir gullaks helvt­ina av árinum og tá er rættiliga nógv arbeiði; restina av árinum er óstøðugt arb­ eiði, men tey framleiða upsa, tosk, hýsu og sild hina helvtina av árinum, og starvs­ fólkið fær eina ársintøku. Sandoy Seafood framleiðir nakað av toski. Tey keypa alt á uppboðssøluni. Norð­ fra framleiðir liðugtvørur, sum verða seldar í Føroyum og uttanlands. Eingi skip eru knýtt at Norðfra, men trolararnir á land­ leiðini avreiða ofta har og tað er eitt ískoyti til virki og starvsfólk. So eru nøkur onnur smá virkir. Onkur fiskakeypari fæst mest við at útflyta. Nevið, sum er 100 prosent føroyskt, heldur til á havnalagnum í Runavík. Tey keypa smærri nøgdir og framleiða til ávísar kundar uttan­ lands. Nevið eigur eisini eitt fiskavirki í Ís­ landi. Vit hava ikki nevnt øll, men vit kunnu staðfesta at tað eru fleiri virkir sum keypa hvítan fisk. 13 fiskavirkir eru ídag limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag.

skorið av flakakvinnum. Síðan ferð fiskurin ígjøgnum ein kutara, sum sker flakið í bitar. Hesin kutari er heilautomatiskur og brúkar myndatól at hyggja og vekt at viga, soleiðis at stykkini viga júst tað tey skulu. Eisini sker kutarin fiskin sundur soleiðis at sporl er fyri seg og restin fyri seg, um tað ynskist. Aftaná fer tað skorna flakið í ein band­ frystara. Bandfrystari er eitt transportband sum melur spakuliga soleiðis at flakið fer inn feskt í øðrum endanum og kemur útaft­ ur fryst í hinum endanum. Hesi nevndu framleiðslutól, f laka­ maskina, reinskerilinja, kutari og band­ frystari eru á øllum størri fiskavirkjum. Men flakamaskinurnar eru gamlar og tær nýggjastu kunnu meira. Reinskerilinjur eru gamlar og tær nýggjaru kunnu væl meira. Kutari er knívur meðan teir nýggjastu brúk­a vatnstrálur og kunnu nógv meira. Bandfrystari eru rímuliga nýggir og helst á hædd við tað nýggjasta á marknaðinum. Tískil er produktiviteturin neyvan so góður sum hann kundi verið. Vasking á flakavirkjum er eisini týdn­ ingarmikil. Tað kostar nógvar pengar at vaska. Maskinur eru truplar at vaska, tí ofta eru krókar sum eru truplir at røkka. Tess meira fiskur verður skorin tess størri møguleikar eru hjá bakterium at fáa fóta­ festi. Krøvini til vasking vaksa og tí má hugsast um vasking í samband við nýíløgur. Tað krevur ofta nógv meira pláss enn mett verður áðrenn íløgur verða gjørdar. Sjálvandi verður okkurt skift út á teimum gomlu flakavirkjunum, og onkur íløga verður eisini gjørd, treyðugt so. Men tá vit samanbera við uppsjóvarvirkir og laksavirkir, so eru upsa- og hvítfiskavirkini eftirbátar. Tey hava ofta reyð tøl á botnlin­ juni, og tí er sera trupult at fíggja nýggj­ ar maskinur. Og tá eingin veit at siga um fiskiskapin í komandi tíðum, er atgongdin til rávøru rættiliga ótrygg.

AVLOPIÐ RØKKUR IKKI TIL NÝÍLØGUR Vit tosaðu við Egil Olsen suðuri á Tvøroyri. Egil hevur verið í fiskivinnuni tey seinastu 30 árini. Hann helt at tað var trupult at fáa nøktandi avlop at til endurnýggja virkini. Flestu flakamaskinurnar eru frá 1980unum; so tær eru gamlar, sjálvt um tær rigga. Men tað finnast nýggjari maskinur. Tá vit hyggja inn á laksavirkini síggja vit at tær maskinurnar sjálvar leggja fiskin í flakamaskinuna. Í Føroyum eru flestu flakamaskinurnar í ali- og fiskivinnuni av merkinum Bader. Vit spurdi eisini Egil Olsen um hann MANNAGONGDIR Á FLAKAVIRKJUM helt tað er møguligt at gera nakað við Flakavirkir brúka í dag flakamaskinur at støð­una. Hann helt at eitt alternativ var skera fiskin til flak. Síðan verður tað rein­ at seta avmarkingar (Framhald á s. 24)

Manglandi flotanum aftur Tann føroyski fiskiflotin er við at dragna afturúr álvarsliga í mun til okkara kappingarneytar; meðan norðmenn, íslendingar, grønlendingar og onnur byggja nýtt í heilum, brenna vit inni við óneyðuga orkudýrum og dálkandi skipum. Okkara flotti uppsjóvarfloti tjenti nógv, og mong í okk­ara M TAÐ mundið tá ið grannalondum mundu vera uppsjóvartrolarin Trónd­ grøn av øvund yvir hesar priv­ ur í Gøtu kom, í 2010, vóru il­­ig­­er­aðu føroyingarnar. før­oyingar av røttum stoltir Ikki langt framman und­ av sínum fiskiflota—og høvdu an Tróndi í Gøtu hevði okk­ verið tað í nøkur ár. Fólk í øðr­ ara upp­sjóv­ar­floti fingið fleiri um londum sóu upp til okk­um aðrar ný­bygn­ingar, sum eisini í hesum høpi, undraðust yvir vóru at rokna sum fram­kom­ hesa lítlu tjóð sum tó var so in skip, onkur av teimum sera stór innan fiskivinnuna, og framkom­in: Norðborg, Finn­ hevði so framkomin skip. ur Fríði, Krúnborg (nú Fagra­ Búi Tyril

U

Profile for Nordixis

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Sjógvur & Fólk — #5  

Kunningar- og kjakblað um fiskivinnu, alivinnu og sjóvinnu.

Profile for buityril7